text
stringlengths
1
888k
Orð prædikarans, Dávids sonar, Jerúsalems kongs. Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, fáfongdanna fáfongd. Alt er fáfongd. Hvønn vinning hevur maðurin av allari møði síni, sum hann møðir seg við undir sólini? Ein ættin fer, og onnur kemur, men jørðin stendur um ævir. Og sólin rísur, og sólin setir, og hon skundar sær aftur á stað sín, har sum hon rísur. Vindurin lækkar niður í sunnan og hækkar upp í norðan; hann skiftir og skiftir og tekur aftur at mala av nýggjum. Allar áir renna í sjógvin; men sjógvurin verður aldri fullur; hagar sum áirnar renna, har verða tær við at renna. Alt møðir seg, so at eingin maður kann siga frá tí; eygað verður ikki mett av at síggja, og oyrað verður ikki fult av at hoyra. Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini. Er okkurt til, sum sagt verður um: «Sí, hetta er nýtt!» – tá hevur tað longu verið til í tíðum, sum vóru undan okkum. Um forfedrarnar er einki minni, og heldur ikki um eftirkomararnar, sum eftir koma, verður nakað minni hjá teimum, sum seinni verða til. Eg, prædikarin, var kongur yvir Ísrael í Jerúsalem. Eg legði hugin á at rannsaka og granska við vísdómi alt tað, sum hendir undir himlinum. Tað er ein ring plága, sum Guð hevur givið mannabørnunum at plágast við. Eg hugdi at øllum tí, sum hendir undir sólini; og sí: alt samalt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Tað, sum krókut er, kann ikki verða beint; og tað, sum vantar, kann ikki verða talt við. Eg hugsaði við sjálvum mær: «Sí, eg havi vunnið mær størri og ríkari vísdóm enn allir teir, sum rátt hava yvir Jerúsalem undan mær, og hjarta mítt hevur skoðað vísdóm og fróðskap í stórum muni.» Eg legði hugin á at skyna vísdóm og at skyna óvitsku og fákunnu. Men eg gjørdi ta roynd, at eisini tað er eftirsókn eftir vindi. Tí at við miklum vísdómi fylgist mikil gremja, og tann, sum økir vitsku sína, økir kvøl sína.
Tá segði eg við sjálvan meg: «Íðan, eg skal royna teg við gleðini; njót tú tað, sum gott er!» Men sí, eisini tað var fáfongd. Um láturin segði eg: «Hann er vitleysur!» Og um gleðina: «Hvat kann hon gera?» Mær kom í hug, at eg skuldi lata likam mítt gera sær til góða í víni, meðan hjarta mítt skuldi stýra við vísdómi, og halda meg aftur at fákunnuni, til eg fekk at síggja, hvat ið gott var fyri mannabørnini at gera undir himlinum allar ævidagar teirra. Eg útinti stórverk: Eg bygdi mær hús, eg plantaði mær víngarðar; eg gjørdi mær aldingarðar og grasagarðar og setti niður í teir aldintrø av øllum sløgum. Eg gjørdi mær tjarnir fyri at vatna eina viðalund, sum stóð í vøkstri. Eg keypti mær trælir og trælkonur, og eg átti heimafødd arbeiðisfólk; ja, ein búskap fekk eg mær eisini, eina mongd av neytum og seyði, meira enn allir teir, sum verið høvdu undan mær í Jerúsalem. Eg savnaði mær eisini silvur og gull, dýrar gripir frá kongum og londum; eg fekk mær sangarar og songkonur, og tað sum er lystin hjá mannabørnum: Mongd av konum. Og eg varð stórur, størri enn allir teir, sum verið høvdu undan mær í Jerúsalem, og har afturat hevði eg vísdóm mín hjá mær. Og alt tað, sum eygum mínum lysti, tað læt eg tey fáa; eg noktaði ikki hjarta mínum nakra gleði; tí at hjarta mítt hevði gaman í allari møði míni, og hetta var lutur mín av allari møði míni. Men tá ið eg hugdi at øllum verkum mínum, sum hendur mínar høvdu gjørt, og at teirri møði, sum eg hevði havt av at gera tey, tá sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi, og at eingin vinningur er til undir sólini. Eg fór tá at gáa um vísdóm og óvitsku og fákunnu; tí at hvat skal tann maður gera, sum kemur eftir kongin? Tað, sum menn longu langt síðan hava gjørt. Tá sá eg, at vísdómurin hevur fyrimun fyri fákunnuna, eins og ljósið hevur fyrimun fyri myrkrið. Hin vísi hevur eygu í høvdinum, men hin fákunni gongur í myrkri. Men eg skildi eisini, at sama lagna rámar teir báðar. Og eg segði tá við sjálvan meg: «Tann sama lagna, sum rámar hin fákunna, hon rámar eisini meg; hvat havi eg tá verið so avbera vísur til?» Og eg hugsaði við mær: «Eisini hetta er fáfongd! Tí at minnið um hin vísa varir ikki ævinliga heldur enn minnið um hin fákunna; tí at allir verða teir langt síðan gloymdir í komandi døgum, og doyr ikki vísur líka eins og fákunnur?» Tá leiddist mær við lívið, tí at vánt tóktist mær tað at vera, sum hendir undir sólini; alt er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Og mær leiddist við alla møði mína, sum eg havi møtt meg við undir sólini, við tað at eg skal lata tað eftir mær til tann mann, sum kemur eftir meg. Hvør veit, um tað verður ein vísur ella ein fákunnur? Og tó skal hann ráða yvir øllum tí, sum eg við møði míni og við umhugsan míni havi vunnið undir sólini. Eisini hetta er fáfongd. Tá tók eg heilt at lata hugin falla av allari teirri møði, sum eg hevði møtt meg við undir sólini. Tí at tað hendir, at maður hevur gjørt arbeiði sítt við vísdómi og skili og dugnaskapi, og so má hann geva einum øðrum tað at eiga, sum einki stríð hevur havt av tí. Hetta við er fáfongd og ein stór vanlukka. Tí at hvat fær maðurin aftur fyri alla møði sína og alla hjartans trá sína, sum hann møðir seg við undir sólini? Tí at allir dagar hansara eru ein pínsla og strev hansara ein kvøl; sjálvt um náttina fær hjarta hansara ikki hvíld. Eisini hetta er fáfongd. Tað er einki betri hjá monnum enn at eta og drekka og unna sær góðar dagar mitt í møði síni. Men eg havi sæð, at eisini hetta kemur av Guðs hond. Tí at hvør kann eta ella njóta nakað uttan hann? Tí at tí manni, sum hann hevur tokka til, gevur hann vísdóm og vitsku og gleði; men tí, sum syndar, gevur hann tað stríð at savna og rúgva saman, so at tann, sum Guð hevur tokka til, kann fáa tað. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð: At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð. At drepa hevur sína tíð, og at lekja hevur sína tíð; at ríva niður hevur sína tíð, og at byggja upp hevur sína tíð. At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð. At kasta steinar hevur sína tíð, og at henta steinar hevur sína tíð; at fevnast hevur sína tíð, og at halda sær frá favntaki hevur sína tíð. At leita hevur sína tíð, og at missa hevur sína tíð; at goyma hevur sína tíð, og at forkoma hevur sína tíð. At skræða sundur hevur sína tíð, og at seyma aftur hevur sína tíð; at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð. At elska hevur sína tíð, og at hata hevur sína tíð; ófriður hevur sína tíð, og friður hevur sína tíð. Hvønn vinning fær so tann, sum arbeiðir, av teirri møði, sum hann hevur? Eg havi sæð ta plágu, sum Guð hevur givið mannabørnunum at plágast við. Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men tó so at menniskjan ikki er før fyri at skilja tað verk, sum Guð ger, frá upphavi og til enda. Tá fataði eg, at hjá teimum er einki betri enn at gleðast og gera sær til góða, meðan lívið er. Men tað at eta og drekka og njóta fagnað mitt í allari møðini, tað er eisini hvørjum manni ein gáva frá Guði. Eg fataði, at alt, sum Guð ger, tað stendur við allar ævir, har legst einki afturat, og har tekst einki burturav; og soleiðis hevur Guð gjørt tað, fyri at menn skulu óttast hann. Tað, sum hendir, hevur longu verið, og tað, sum fer at henda, hevur longu verið áður; Guð leitar upp aftur tað, sum farið er. Og enn meira sá eg undir sólini, at har sum rætturin átti at vera, har var órættur, og har sum rættlætið átti at vera, har var órættur. Tá segði eg við sjálvan meg: «Hin rættvísa og hin gudleysa skal Guð døma; tí at hjá honum er sett ein tíð fyri hvørjum luti og hvørjum verki.» Eg segði við sjálvan meg: «Tað er fyri mannabarnanna skuld, fyri at Guð kann fáa roynt tey, og fyri at tey mega síggja, at tey sjálv einki annað eru enn djór.» Tí at forløg mannabarnanna og forløg djóranna – forløg teirra eru hini somu; eins og hesin doyr, so doyr hasin, og sami er andin í øllum, og menniskjan hevur ongan fyrimun fram fyri djórini, tí at alt er fáfongd. Alt fer somu leiðina; alt er komið av mold, og alt fer aftur til moldar. Hvør veit, um andi mannabarnanna stígur upp eftir, og um andi djóranna fer niður til jarðar? Soleiðis sá eg, at einki er betri hjá manninum, enn at hann gleðist við arbeiði sítt, tí at tað er lutur hansara; tí at hvør kann fáa hann til at hyggja inn í tað, sum henda skal eftir hansara dag?
Og uppaftur sá eg alla ta kúgan, sum hendir undir sólini. Tað flutu tár frá teimum, sum kúgað vórðu, og eingin uggar tey. Hond kúgaranna brúkar vald ímóti teimum, og eingin uggar tey. Tá prísaði eg hini deyðu sæl, tey sum longu eru deyð, í samanburði við hini livandi, tey sum enn eru á lívi; men sælari enn báðir partar er tann, sum enn ikki er vorðin til, og sum ikki hevur sæð tey vándu verk, sum framd verða undir sólini. – Og eg sá, at øll møði og allur dugnaskapur í arbeiðinum einki er annað enn øvund, sum drívur ein fram um annan. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Hin fákunni kneppir hendur og etur sítt egna hold. Betri er ein nevi av ró enn báðar hendur fullar av møði og eftirsókn eftir vindi. Og uppaftur sá eg eina fáfongd undir sólini: Tað hendir, at maður stendur einsamallur og hevur ongan annan hjá sær, hvørki son ella bróður; og kortini er eingin endi á allari møði hansara, og eygu hansara verða ikki mett av ríkidømi. Men hvønn møði eg meg tá fyri og nokti mær sjálvum tað, sum gott er? Eisini hetta er fáfongd og ein ring plága. Betri eru tveir enn ein, tí at teir fáa góða løn fyri møði sína. Tí at um annar teirra dettur, kann annar reisa felaga sín upp aftur; men neyðar maður, ið einsamallur er; tí tá ið hann dettur, er eingin at reisa hann upp aftur. Somuleiðis tá ið tveir sova í hópi, tá verða teir heitir, men hvussu skal ein einsamallur verða heitur? Og um onkur kann vinna tann, sum er einsamallur, so kunnu tveir standa ímóti honum; og trítáttaður tráður slitnar ikki so skjótt. Betri er fátækur og vitur unglingi enn gamal og fávitskutur kongur, sum ikki longur dugir at taka við ráðum. Tí at hann gekk út úr fangahúsinum til tess at verða kongur, tó at hann var føddur fátækur í ríkinum hjá hinum. Eg sá allar hinar livandi, sum gingu undir sólini, vera í felagi við unglinganum, við honum, sum skuldi koma í hins stað. Óteljandi var alt tað fólk, sum hann var oddamaður fyri. Kortini gleðast eftirmenninir ikki um hann. Nei, eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. –
Ver ikki ov munnlættur, og lat ikki hjarta títt vera ov bráðræsið til at mæla orð frammi fyri Guði! Tí at Guð er í himlinum, og tú ert á jørðini, lat tí orð tíni vera fá! Tí at dreymar koma, har sum nógv er roks, og dáratala, har sum mong eru orð. Tá ið tú lovar Guði eitt lyfti, tá lat ikki fresta við at halda tað, tí at hann hevur ikki tokka á dárum. Tað, ið tú lovar, skalt tú halda! Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og ikki heldur. Lat ikki munn tín føra sekt yvir likam títt og sig ikki við sendiboðið: «Tað var av bráðræði!» Hví skal Guð ilskast um tað, sum tú sigur, og týna tí, sum hendur tínar gera? Tí at har sum mangir dreymar eru, og mong orð eru, har er eisini mikil fáfongd. Nei, óttast tú heldur Guð! – Um tú sært hin fátæka verða kúgaðan, og at rættur og rættvísi verða rænd í landinum, tá ver ikki bilsin av tí lagi; tí at høgur vakir yvir høgum og hin hægsti yvir teimum øllum. Men vinningur fyri eitt land er, ið hvussu er, ein kongur, sum fremur jarðardyrkan. Tann, sum elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, sum elskar ríkidømi, fær einki í úrtøku. Eisini hetta er fáfongd. Har sum ognirnar vaksa, har verða fleiri um at eta tær upp; hvat gagn hevur tá ánarin av teimum annað enn sýni av teimum? Søtur er svøvnurin hjá tí, sum arbeiðir, annaðhvørt hann etur lítið ella nógv; men yvirflóðin hjá ríka manninum letur hann ikki fáa frið at sova. Ein ring vanlukka er til, sum eg havi sæð undir sólini: Ríkidømi, sum ánarin hevur goymt saman sjálvum sær til óeydnu. Missir hann hetta ríkidømi av óhappi, og hevur hann fingið son, tá verður einki eftir í hansara hond. Sum hann kom úr móðurlívi, soleiðis má hann fara avstað aftur, so nakin sum hann kom, og hann hevur einki fyri møði sína, sum hann kann taka í hondina við sær. Eisini hetta er ring vanlukka: Heilt soleiðis sum hann kom, skal hann aftur fara, og hvønn vinning hevur hann tá av tí, at hann møðir seg út í veður og vind? Umframt hetta fer allur aldur hansara í myrkri og í sorg og miklari gremju og í sjúkdómi og stríði. – Sí, hetta er tað, sum eg havi sæð at vera gott, at vera fagurt: At maðurin etur og drekkur og nýtur tað, sum gott er av allari møði síni, sum hann møðist við undir sólini allar teir ævidagar sínar, sum Guð gevur honum; tí at tað er lutur hansara. Og tá ið Guð gevur einumhvørjum manni ríkidømi og dýrgripir og ger hann føran fyri at njóta tað og at taka upp lut sín og at gleðast í møði síni, tá er tað ein gáva frá Guði; tí at tá hugsar hann ikki so mikið um ævidagar sínar, við tað at Guð letur hann hava nóg mikið at gera við hjartans gleði sína.
Ein vanlukka er til, sum eg havi sæð undir sólini, og hon liggur tung á menniskjuni: Tá ið Guð gevur einumhvørjum manni ríkidømi, dýrgripir og heiður, so at honum vantar einki av tí, sum honum lystir, men Guð ger hann ikki føran fyri at njóta gott av tí, men ein fremmandur maður nýtur tað – tá er hetta fáfongd og ein ring líðing. Um maður átti hundrað børn og livdi mong ár, so at ævidagar hansara vórðu mangir, men sál hansara mettaðist ikki av góðum, og hann fekk heldur onga grøv, tá sigi eg, at ein burður, sum ikki er komin av tíð, er betur staddur enn hann. Tí at hann kemur í fáfongd og fer burtur í myrkur, og í myrkri verður navn hansara hult; og sólina hevur hann hvørki sæð ella kent; hann hevur meiri ró enn hin. Og um hann so livdi tvær reisir túsund ár, men ikki fekk at njóta lukku – fer ikki alt somu leiðina? Øll mansins møði er fyri munn hansara, og kortini verður trá hansara aldri stillað. Tí at hvønn fyrimun hevur vísmaðurin fram fyri hin fákunna? Hvønn fyrimun hevur hin fátæki, sum veit at ganga fyri eygum teirra, sum liva? Betri er at síggja við eygunum, enn at ágirndin sveimar um. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Tað, sum hendir, er longu langt síðan nevnt við navni, og tað er tilskilað, hvat ein maður skal verða, og maðurin kann ikki taka upp søksmál móti tí, sum er sterkari enn hann. Tí at nøgd av orðum er til, sum bert økja fáfongdina, hvat batar tað manninum? Tí at hvør veit, hvat ið gott er fyri mannin í lívinum, allar fáfongdar ævidagar hansara, sum hann livir sum ein skuggi? Og hvør kann siga einum manni, hvat ið henda skal eftir hansara dag undir sólini?
Hvør er sum vísmaðurin, og hvør dugir at týða ein lut? Vísdómur mansins fær andlit hansara at lýsa, og harðskapurin í ásjón hansara verður umskiftur. Eg sigi: Varða um kongsins boð, og tað vegna eiðin við Guð. Skunda tær ikki at fara burtur frá honum, ver ikki uppi í nøkrum illum. Tí at hann ger alt, sum hann vil, av tí at kongsorð er máttmikið, og hvør torir siga við hann: «Hvat gert tú?» Tann, sum varðar um boðið, skal ikki fáa at vita av nøkrum illum, og vísmans hjarta kennir tíð og dóm. Tí at hvør ein fyritøka hevur sína tíð og sín dóm, tí at illskapur mansins liggur tungur á honum. Tí at hann veit ikki, hvat ið henda skal, og hvør kann siga honum, hvussu tað fer at verða? Eingin maður hevur ræði á vindinum, so at hann kann byrgja fyri vindinum, og eingin maður ræður yvir deyðadeginum, og eingin sleppur undan í ófriðartíðum, og gudloysið bjargar ikki sínum egna harra. Alt hetta havi eg sæð, við tað at eg gav mær far um alt tað, sum gjørt verður undir sólini, í eini tíð, tá ið ein maðurin hevur ræðið á øðrum, honum til ólukku. – Og tínæst sá eg gudleysar menn verða jarðaðar og fara til hvíldar, men teir, sum høvdu gjørt tað, sum rætt var, noyðast at fara burtur frá hinum heilaga staði og verða gloymdir í staðinum. Eisini hetta er fáfongd. Av tí at ilskunnar verk ikki alt fyri eitt fær dóm sín yvir seg, tí fýsir hjartanum í mannabørnunum at gera tað, sum ilt er; av tí at syndarin hundrað ferðir kann gera tað, sum ilt er, og kortini livir leingi; – tó at eg veit, at tað gongst teimum væl, sum óttast Guð, tí at tey óttast fyri ásjón hansara. Men hinum gudleysa skal ikki gangast væl, og hann skal ikki fáa langa ævi heldur enn skuggin, av tí at hann ikki óttast fyri Guðs ásjón. Tað er ein fáfongd, sum er á jørðini, at til eru rættvísir menn, sum verða fyri tí, sum átti at verið gudleysum fyri, og at til eru gudleysir menn, sum verða fyri tí, sum átti at verið rættvísum fyri. Eg segði, at eisini hetta er fáfongd. Tá prísaði eg gleðina, tí at einki betri er til fyri mannin undir sólini enn at eta og drekka og vera glaður, og at hetta fylgir honum í møði hansara teir ævidagarnar, sum Guð hevur givið honum undir sólini. Tá ið eg legði hugin á at fáa at kenna vísdóm og at síggja tað strevið, sum tey strevast við á jørðini – tí at hvørki dag ella nátt fáa tey blund í eyguni – tá sá eg, at tað er soleiðis vorðið við øllum Guðs verki, at maðurin ikki er førur fyri at skilja tað verk, sum gjørt verður undir sólini. Tí at alt tað maðurin strevast við at útgrunda tað, er hann tó ikki førur fyri at skilja tað til fulnar, og um ein vísmaður heldur seg kunna kenna tað, er hann tó ikki førur fyri at skilja tað til fulnar. –
Tí at alt hetta legði eg mær í huga, og alt hetta royndi eg at rannsaka: at hinir rættvísu og hinir vísu og verk teirra eru í Guðs hond. Hvørki kærleika ella hatur kennir menniskjan frammanundan; alt kunnu tey vænta sær. Alt kann henda øll; somu forløg møta rættvísum og gudleysum, góðum og reinum og óreinum, teimum, sum bera fram offur, teimum, sum ikki bera fram offur; hinum góða gongst á sama hátt sum syndaranum; tí, sum svør, eins og tí, sum óttast eiðin. Hetta er hitt syndarliga við øllum, sum hendir undir sólini, at somu forløg møta øllum, og tí fyllist hjartað í mannabørnunum av illskapi, og síðan liggur leiðin til hinna deyðu. Tí at tann, sum kann vera í flokki við øllum teimum, sum liva, hann hevur vón; tí at livandi hundur er betri enn deyð leyva. Tí at teir, sum liva, vita, at teir skulu doyggja; men hinir deyðu vita als einki og fáa onga løn longur, tí at minnið um teir verður gloymt. Bæði kærleiki teirra og hatur og øvund, tað er longu langt síðan farið, og teir fáa aldri meira nakran lut í øllum tí, sum hendir undir sólini. – Far tí og et breyð títt við gleði og drekk av glaðum huga vín títt! Tí at Guð hevur longu langt síðan latið sær líka gerning tín. Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki olju tróta á høvdi tínum. Njót tú lívið við teirri konu, sum tú elskar, allar dagar í tínum fáfongda lívi, sum hann hevur givið tær undir sólini, allar tínar fáfongdar dagar, tí at tað er lutur tín í lívinum og í møði tíni, sum tú møðir teg við undir sólini. Alt tað, sum hond tín orkar at gera við kraft tíni, ger tú tað, tí at hvørki arbeiði ella umhugsan ella kunnugleiki ella vísdómur er til í helheimi, har sum tú fert. Uppaftur sá eg undir sólini, at hinir fótfimu ráða ikki yvir skeiðinum, og kapparnir ikki yvir bardaganum, og heldur ikki vísmenninir yvir breyðinum, og heldur ikki hinir hygnu yvir ríkidøminum, og ikki heldur hinir skynsomu yvir vinseminum; tí at tíð og tilvild møtir teimum øllum. Tí at maðurin kennir líka so lítið sína tíð sum fiskarnir, ið verða fangaðir í vanlukkunetinum, og fuglarnir, sum verða fastir í hjálmanum. Á sama hátt verða mannabørnini fangað á ógævustund, tá ið hon dáttliga kemur á tey. Hetta sá eg eisini sum vísdóm undir sólini, sum mær tókti at vera stórur: Eina ferð var ein lítil bygd, og fá fólk vóru í henni. So kom ein stórur kongur móti henni og kringsetti hana og bygdi mikil hervirki móti henni. Men í bygdini var ein fátækur maður, men vitur, og hann bjargaði bygdini við vísdómi sínum; men eingin maður mintist til henda fátæka mannin. Tá hugsaði eg: «Vísdómur er betri enn styrki; men fátæks mans vísdómur verður vanvirdur, og orðum hansara verður ikki givið gætur eftir.» Vísmanna orð, sum lýtt verður á í ró, eru betri enn valdmans róp millum dára. Vísdómur er betri enn hervápn, men ein syndari kann spilla nógv gott.
Eiturflugur loypa ringan deym og spillu í salvuna hjá salvumakaranum; eitt sindur av óvitsku spillir tann mann, sum er í metum fyri vísdóm, fyri æru. Vísmans hugur gongur til høgru, men dára hugur til vinstru, og hvar so dárin gongur, bilar honum vitið, og hann sigur frá fyri einum og hvørjum, at hann er dári. Um høvdinga vreiði reisist ímóti tær, tá vík ikki úr støðu tíni; tí at spakføri kann forða stórum syndum. Ein ólukka er til, sum eg havi sæð undir sólini, sum var tað mistak, ið gjørt er av einum veldisharra. Fávitskan verður sett í teir høgu sessirnar, men megnarmenn mega sita niðarlaga. Eg sá trælir ríðandi á hestum og høvdingar til gongu eins og trælir. Tann, sum grevur grøv, kann falla í hana sjálvur; og tann, sum rívur niður múr, kann ormur bíta. Tann, sum brýtur grót, kann meinsla seg av tí; tann, sum klývur við, kann av tí koma illa fyri. Tá ið øksin er raggað, og eggin ikki verður brýnd, tá noyðist maðurin at nýta tess meira megi; men vísdómur hevur tann fyrimun, at hann fyrireikar alt væl. Tá ið ormurin bítur, áðrenn hann er manaður, tá hevur manarin ongan fyrimun. Orð av vísmans munni eru yndislig, men varrarnar á dára forkoma honum sjálvum. Fyrstu orðini av munni hansara eru fávitska, og endin á røðu hansara er ramasta vitloysi. Og dárin nýtir mong orð; og tó veit maðurin ikki, hvat ið henda skal; og hvat ið henda skal eftir hansara dag, hvør kann siga honum tað? Møðin hjá dárunum troyttar tann, sum ikki veit vegin til bygdar. Vei tær, land, sum hevur óvita til kong, og stórmenn tínir setast at áti tíðliga dags á morgni. Sælt ert tú, land, sum hevur aðalbornan mann til kong, og stórmenn tínir halda máltíð í rættari tíð, sær til styrkingar og ikki til fyllskapar. Fyri leti signa bjálkarnir, og har sum hendur eru yrkisleysar, har fer húsið at leka. Til skemtanar halda menn gildi, og vín gevur lívinum gleði, og peningur veitir alt. Sjálvt ikki í huga tínum mást tú banna konginum; og ikki í skemmu tíni mást tú banna einum ríkum manni; tí at himmalsins fuglar kundu borið ljóðið burtur, og hinir veingjaðu borið tað út, ið sagt var.
Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur. Skift lut tín sundur í sjey, ja í átta; tí at tú veitst ikki, hvat ilt ið koma kann yvir jørðina. Tá ið skýggini verða full av regni, hella tey regnið út yvir jørðina; og tá ið eitt træ dettur suðureftir ella norðureftir – á tí staði, har sum træið dettur, har verður tað liggjandi. Tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki til at sáa; og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta. Líkasum tú ikki veitst, hvønn veg vindurin fer, ella hvussu beinini verða til í móðurlívinum á barnakonu, soleiðis kennir tú heldur ikki Guðs verk, hann sum alt ger. Sáa sáð títt á morgni, og lat hendur tínar ikki hvílast á kvøldi; tí at tú veitst ikki, hvat ið lukkast kann, hetta ella hitt, ella um bæði tilsaman verða líka góð. Yndisligt er ljósið, og gott er fyri eyguni at síggja sólina. Ja, um maður livir mong ár, tá eigur hann at vera glaður øll tey ár og minnast til tað, at dagar myrkursins eisini verða mangir. Alt, sum koma skal, er fáfongd. Gleð teg, ungi maður, í ungdómi tínum, og ver tú væl hugaður í ungdóms døgum tínum, og gakk teir vegir, sum hjarta títt leiðir teg, og sum eygum tínum lystir; men vita skalt tú, at fyri alt hetta vil Guð føra teg til dóms. Koyr gremju út úr hjarta tínum og halt líðing burtur frá likami tínum, tí at ungdómur og morgunroði eru fáfongd.
Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: «Tey huga mær ikki;» áðrenn sólin myrknar, og ljósið og mánin og stjørnurnar, og áðrenn skýggini koma aftur eftir regnið; tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða kropnir, og genturnar á kvørnini leggjast fyri, av tí at tær eru vorðnar fáar, og dimmligt er vorðið hjá teimum, sum hyggja út gjøgnum gluggarnar; og báðar útdyrnar verða stongdar, meðan dunið av kvørnini minkar; tá ið maður fer á føtur, tað fyrsta fuglur fer at láta, og allar songkonur verða lágmæltar; tá ið maður stúrir fyri hvørjari brekku, og ræðslur eru úti á veginum, og mandlutræið stendur í blóma, og grashoppurnar streva seg fram, og káperberið dovnar; tí at maðurin fer til sín æviga bústað, og tey, sum syrgja, ganga um gøtur; áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, og krukkan fer sundur við kelduna, og hjólið dettur brotið í brunnin, og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann. Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, alt er fáfongd! Umframt tað at prædikarin var vísmaður, lærdi hann eisini fólkið fróðskap og grundaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk. Prædikarin royndi at finna føgur orð, og tað, sum hann við lít hevur skrivað, eru sannleiksorð. Orð av vísmonnum eru eins og broddar, og tilsaman eru tey eins og íslignir naglar; tey eru givin av einum hirða. Men ið hvussu er, sonur mín, tak við varninginum. At seta saman mangar bøkur, á tí er eingin endi, og mikil lesnaður troyttar likamið. Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: Óttast Guð og halt boð hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera. Tí at Guð skal føra hvørt eitt verk fram fyri dómin, sum hildin verður yvir øllum tí, sum dult er, hvørt tað so er gott ella ilt.
Hásongurin eftir Sálomon. Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín. Yndisliga anga tíni smyrsl, eins og úthelt olja er títt navn; tí unna moyggjar teg. Drag meg aftan á teg, latum okkum renna! – Kongurin leiddi meg inn í skemmur sínar –. Vær viljum fegnast og gleðast í tær, lovprísa ást tíni meira enn víni; ja, av rættum unna teg moyggjar! Svørt eg eri, men tó yndislig, tit Jorsala døtur, sum Kedars tjøld, sum tjalddúkar Salma. Farið ikki eftir, at eg eri døkkleitt, tí at sólin hevur meg brent. Synir móður mínar reiddust inn á meg, settu meg at gæta víngarðar; men mín egna víngarð vardi eg ikki. Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar tú røktar fylgi títt, hvar tú hvílist um hádagin? Hví skal eg ganga vilst og reika um hjá fylgjum felaga tína? Um tú ikki veitst tað, tú fagrasta av fljóðum, tá fylg bert seyðarásunum og røkta tíni geitalomb við bústaðir hirðanna. Við folarnar fyri vagni Fáraos eg líki teg, vina mín. Fríðar eru kinnar tínar undir perlurøð, hálsur tín undir perlubandi. Vær viljum gera tær gullfesti sett við silvurperlum. Meðan kongurin situr fyri borðum, rýkur tað væl av mínum nardussmyrsli. Eins og myrruknýti er unnusti mín, ið liggur mær nær við barm. Mín unnusti er mær tyssi av kofervínberjum úr víngørðunum í En-Gedi. Hvør ert tú føgur, vina mín, hvør ert tú føgur, eygu tíni eru dúgvur! Hvør ert tú fagur, unnusti mín, ja, yndisligur, grøn er okkara lega. Bjálkarnir í húsi várum eru sedristrø, bróstini av syprisviði!
Eg eri Sárons rósa, liljan í dølunum. Eins og lilja millum torna, svá er vina mín millum moyggja. Eins og apaldur millum skógartrøini, so er unnusti mín millum ungar menn; í skugga hans eg elski at sita; ávøkstur hans er góma mínum søtur. Hann leiddi meg inn í vínhúsið, har kærleiki er merki yvir mær. Styrkið meg við vínberjakøkum, stimbrið meg við súreplum, tí at eg eri sjúk av ást! Hans vinstra hond er undir mínum høvdi, við síni høgru hann meg fevnir. Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, við skógargeitir og hindirnar í haga: Órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hana sjálva fýsir! Hoyr, hatta er unnusti mín! Sí, har kemur hann á ferð yvir fjøllini, rennandi upp um brekkurnar. Unnusti mín er sum skógargeit, hann er sum hindarkálvur. Hann stendur longu undir vegginum, hyggur inn um gluggan, kagar inn um rimarnar. Vinur mín tekur til máls og talar til mín: Vina mín, statt nú upp, tú mín væna, kom nú higar út! Tí at nú er veturin liðin, regntíðin farin, komin at enda; blómurnar síggjast á jørðini, sangtíðin er komin, turtildúgvan hoyrist láta í okkara landi. Fikurnar eru farnar at búnast, tað angar av blómandi vínberjagreinum. Vina mín, statt upp, tú mín væna, kom higar út! Dúgva mín, sum hølast í gjáum og glyvrum, lat meg skoða tína ásjón, hoyra tína rødd, tí at rødd tín er ljómandi, tín ásýnd yndislig. Takið okkum revarnar, smárevarnar, ið víngarðarnar spilla, tí at víngarðar standa í blóma. Unnusti mín er mín, og eg eri hans; hann røktar sítt fylgi millum liljur. Tá ið dagur aftnar, og skuggarnir leingjast, kom aftur, mín unnusti, ver sum skógargeitin, sum hindarkálvur á angandi fjøllum.
Á legu míni um nætur eg leitaði eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki. «Eg skal fara á føtur, reika um borgina, á gøtum og torgum og leita eftir honum, ið sál mín elskar!» Eg leitaði, men fann hann ikki. Varðmenninir, ið gingu um borgina, hittu meg: «Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?» Neyvan var eg farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; eg treiv í hann og slepti honum ikki, fyrr enn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar, inn í skemmu hennar, ið meg ól. Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, við skógargeitir og hindir í haga: Órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hon vil tað sjálv! Hvat er hatta, sum kemur yvir heiðina eins og meldur av royki, rúkandi av myrru og roykilsi og alskyns dýrmætum kryddi? Hatta er Sálomons rekkja, kring um hana eru seksti kappar av Ísraels hetjum. Allir hava svørð í hendi, vandir til víggja; hvør maður gyrdur við svørði fyri náttarinnar ræðslum. Sálomon kongur gjørdi sær burðarstól úr viði frá Libanon, stólparnar læt hann gera úr silvuri, bakið úr gulli, miðjan er løgd við íbenholt, sætið er purpur. Gangið út, tit Jorsala døtur, og hyggið at Sálomoni kongi undir krúnu, sum móðir hans krýndi hann við á brúdleypsdegi hans, á gleðidegi hjarta hans.
Væn ert tú, vina mín, ja, væn ert tú; eygu tíni sum dúgvur fyri innan skýlu tína; hár títt eins og geitarfylgi, ið rennur oman av Gileads fjøllum. Tenn tínar eru sum fylgi av kliptum óm, ið koma úr tvátti, allar tvílembdar, eingin teirra geld. Varrar tínar eru sum skarlaksbond, og muður tín er yndisligur; sum fullbúnað granatepli er tunnvangi tín fyri innan skýlu tína. Hálsur tín er sum Dávids torn, reist sum varðmannastøð; á tí hanga túsund skildir, allir kappaskildir. Bróst tíni eins og hindarkálvar, skóggeitar-tvíburar, ið ganga á beiti millum liljur. Tá ið dagur aftnar, og skuggar leingjast, gangi eg mær niðan á myrruheyggin, hin yndisangandi hól. Alføgur ert tú, vina mín, á tær er einki lýti. Kom við mær oman av Libanon, brúður, kom við mær oman av Libanon; stíg oman av Ámanat tindi, av Senirs og Hermons tindi, frá ljónshellunum og pantarafjøllunum. Tú hevur hugtikið meg, systir mín, brúður mín, hevur hugtikið meg við einum eygnabragdi tínum, við einum av hálsfestum tínum. Hvør yndislig er ást tín, systir mín, brúður mín, hvør mikið betri er ást tín enn vín, roykurin av smyrslum tínum betri enn allar angandi urtir. Hunangur drýpur av vørrum tínum, brúður mín, undir tíni tungu eru hunangur og mjólk; tað angar av klæðum tínum eins og av sjálvum Libanon. Lokaður urtagarður er systir mín, brúður mín, ein lokað lind, eitt innsiglað keldufar. Gróðurangar tínir eru garðar við granattrøum, ið bera dýrmætan ávøkst: kofer, nardus, safran, kalmus og kánel og alskyns roykilsisrunnar: myrra, aloe og alskyns frálíkar kryddurtir. Lindin í mínum garði er brunnur við livandi vatni, løkur, ið rennur av Libanon. Vakna, norðanvindur, kom, tú sunnangul, og sveima ígjøgnum mín garð, so at angin av urtunum streymar. Komi unnusti mín í sín garð og njóti hans frálíka ávøkst. 5,1 Eg komi í víngarð mín, systir mín, brúður mín, eg tíni mína myrru og mín balsam, eg eti mín hunang og mínar hunangsfleytir; eg drekki mítt vín og mína mjólk. Vinir, etið og drekkið, gerist druknir av ást!
Eg lá og svav, men hjarta mítt vakti; hoyr, tá drepur unnusti mín á dyr: «Systir mín, vina mín, lat mær upp, tú mín dúgva, mín lýtaleysa; tí at høvur mítt drívur av døgg, hárlokkar mínir av náttarinnar dropum.» «Eg eri farin úr stakki mínum, skal eg nú aftur lata meg í hann? Eg havi tváað mær um føturnar, skal eg nú dálka teir aftur?» Mín unnusti rætti sína hond inn um gluggan, tá tók at bylgjast mær í barmi. Eg fór fram at lata upp fyri unnusta mínum; myrra dreiv av mínum hondum, flótandi myrra av mínum fingrum, tá ið teir nurtu við klinkuna. Síðan læt eg upp fyri unnusta mínum, men tá var hann farin, horvin. Hugsprongd eg stóð og mintist á orð hans. Eg fór at leita, men fann hann ikki, eg rópaði, men hann svaraði mær ikki. Varðmenninir, ið ganga um borgina, hittu meg; teir slógu meg, so at eg bløddi; varðmenninir á borgargarðinum tóku møttulin frá mær. Eg svørji tykkum, Jorsala døtur: Finna tit unnusta mín, hvat skulu tit siga honum tá? – At eg eri sjúk av ást! «Hvat er tá unnusti tín frægari enn aðrir, tú hitt væna fljóð? Hvat er tá unnusti tín frægari enn aðrir, at tú svørt okkum svá?» Unnusti mín er ljósleittur og reyður, ber av tíggju túsundum. Høvur hans er skíragull, hárlokkarnir eins og vínberjagreinar, svartir sum ravnar. Eygu hans sum dúgvur við rennandi vatn, ið hava baðað sær í mjólk og sita við áarløkin. Kjálkar hans eru blómuteigar, har kryddurtir vaksa; varrarnar eins og liljur, drúpandi av flótandi myrru. Hendur hans eru stengur av gulli, lagdar við rubinsteinum, kviður hans ein fílabeinspláta, alsett við saffirs-tinnum. Bein hans eru marmorsúlur á stallum av skírum gulli; til sjóndar er hann sum Libanon, hábærsligur sum sedristrø. Gómi hans er søtleiki, og allur er hann yndisligur. Hesin er unnusti mín, hesin er vinur mín, tit Jorsala døtur!
Hvar er tín unnusti farin, tú hitt vænasta fljóð? Hvørja leið er hann gingin? Vær viljum finna hann við tær. Unnusti mín fór oman í sín garð, í blómuteigarnar, at røkta har sítt fylgi og tína liljur. Unnusti mín er mín, og eg eri hans, hann røktar sítt fylgi millum liljur. Tú ert føgur, vina mín, sum Tirza, yndislig eins og Jorsalborg og øgilig sum fylking undir merki. Snúgv tær frá mær, tí at eygu tíni tøla meg! Títt hár er eins og geitafylgi, ið rennur oman av Gilead. Tenn tínar eru sum fylgi av óm, ið koma úr tvátti, allar tvílembdar, eingin teirra geld. Sum fullbúnað granatepli er tunnvangi tín fyri innan skýlu tína. Seksti eru tær drotningar, hjákonurnar áttati og stoylurnar óteljandi. Men ein er dúgvan mín, mín lýtaleysa, einkardóttir móður sínar, eygnasteinur hennar, ið hana ól; gentur, sum hana sóu, søgdu hana sæla; drotningar og hjákonur bóru henni lov. Hvør er hon, ið kagar fram sum morgunroðin, føgur sum mánin, rein sum sólin, og øgilig sum fylking undir merki? Eg fór mær oman í nøtagarðin at síggja, hvussu tað grønkaðist í dølum, at forvitnast, um vínviðurin var farin at spretta, og um granattrøini blómaðu. Áður enn meg vardi, hevði mín hugur leitt meg at vagnum hins mæta í fólkinum.
Hvør fagrir eru føtur tínir í skónum, tú høvdingadóttir! Mjadnar tínar eru kýpnar eins og hálsband, handaverk listamanna. Títt fang er eins og kringlut skál, ikki skal skorta henni vín; sum hveitiskrúgv er kviður tín, gyrdur við liljum. Bróst tíni eru sum hindarkálvar tveir, skóggeitartvíburar; hálsur tín er fílabeinstorn, eygu tíni sum Hesjbons tjarnir við Bat-Rabbims borgarlið; nøs tín eins og Libanons torn, sum horvir móti Dámaskus. Høvur títt er eins og Karmel, lokkarnir í hári tínum eins og purpur. Kongurin er fjøtraður í flættum tínum. Hvør ert tú fríð, hvør ert tú føgur, unnusta mín í yndistokka! Vakstrarlag títt er pálma líkt, bróst tíni eins og vínberjatyssi. Eg hugsaði: Eg vil fara upp í pálman, tríva í greinarnar; bróst tíni skulu vera mær eins og berjatyssi á víntræi, ondin sum angin av apaldi, gómi tín sum frálíkt vín, ið hjá unnustanum gongur lættliga niður og flýtur yvir varrar og tenn. Mín unnusti eigur meg alla, til mín hans hugur stendur. Kom, unnusti mín, vit skulu fara á víðavang og liggja nátt í torpum, vitja árla á morgni víngarðarnar, vita um víntræið sprettur, um gróðurangarnir næla, og um granattrøini blóma, har vil eg geva tær ást mína. Ástareplini anga, fyri durum várum eru alskyns vøkstir, nýggir og gamlir; tær havi eg goymt teir, unnisti mín.
Gævi tú vart mær sum bróðir, ið sogið hevði bróst móður mínar! Hittust vit tá har úti, skuldi eg kyst teg, og eingin sagt meg ringa fyri tað, eg skuldi leitt teg í hús móður mínar, inn í skemmu hennar, ið meg ól, givið tær kryddvín at drekka, berjaløg av granattræi mínum. Vinstra hond hans er undir høvdi mínum, við síni høgru hann meg fevnir. Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hon vil tað sjálv! Hvør er hon, ið kemur har av heiðini og styðjar seg við unnusta sín? «Undir apaldinum eg vakti teg; har átti teg móðir tín, har føddi teg hon, ið teg ól.» Legg meg sum innsiglisring á títt hjarta, eins og innsiglisring á tín arm! Tí at ástin er sterk eins og deyðin, hørð eins og Hel í vandlæti sínum; gløður hennar eru brandagløður, logar hennar eru logar Harrans. Mikil vøtn kunnu ikki ástina sløkkja, áarstreymar ikki fløða hana undir; um maður gav fyri ástina allan eyð í húsi sínum, hvør vildi vanvirt hann fyri tað? Vit eiga unga systur, sum enn ikki hevur bróst; hvat skulu vit gera við systur okkara, tá ið einhvør kemur at biðja um hana? Er hon múrur, tá gera vit krúnu úr silvuri á hann; men er hon hurð, so loka vit hana við sedrisbjálka. Eg eri múrur, og bróst míni eru torn. Tá varð eg í eygum hans sum hon, ið finnur frið. Sálomon átti víngarð í Báal-Hámon; henda víngarð læt hann varðmonnum upp í hendur; hvør teirra læt honum fyri grøðina túsund siklar í silvuri. Víngarð mín eg havi fyri meg sjálvan; eig tú, Sálomon, tínar túsund, og teir, ið ávøkstin gæta, tvey hundrað. Tú, sum býrt í gørðunum, vinir lýða á rødd tína, lat meg hoyra hana! Far tú undan, unnusti mín, og ver tú líkur skógargeit ella hindarkálvi á fjøllum við angandi urtum!
Orðið, sum Jesaja Ámozson fekk í eini sjón um Júda og Jerúsalem: Og tað skal verða á síðstu døgunum, at fjallið, sum hús Harrans stendur á, skal standa grundfest yvir øllum fjøllum, hátt hevjað upp um heyggjarnar; og hagar skulu allir heidningar tysja. Og mangar tjóðir skulu búgvast til ferðar og siga: «Komið niðan á fjall Harrans í hús Jákups Guðs! Hann skal kunngera okkum vegir sínar, so at vit mega ganga leiðir hans, tí frá Zion kemur leiðbeining, úr Jerúsalem orð Harrans.» Hann skal døma heidninganna millum og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjótum sínum; tjóð skal ikki bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orrustu meira. Komið, ættarmenn Jákups, latum okkum ganga í ljósi Harrans. Tí at hann hevur havnað fólki sínum, ættarmonnum Jákups, av tí at teir eru fyltir av eysturlendskum siðum og fáast við gand eins og Filistar sjálvir og eru farnir í hóslag við útlendingar. Land teirra er fult av silvuri og gulli, fæ teirra ómetaligt; land teirra er fult av hestum, og vagnar teirra eru óteljandi. Av avgudum er land teirra fult, teir tilbiðja handaverk síni, tað sum fingrar teirra hava tilbúgvið. Men maður skal verða boygdur og mansbarn lúta, og teimum skal ikki verða fyrigivið. Far inn í bergið, krógva teg niðri í jørðini av ræðslu fyri Harranum og tignarljóma hans. Mansins hástóru eygu skulu lúta og dramblæti mannanna verða niðurboygt; eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður. Tí at ein dag hevur Harri herliðanna, ið kemur yvir alt høgt og hástórt, yvir alt hátt hevjað og drambsligt, yvir øll Libanons sedristrø, hini høgu, hátt hevjaðu, og yvir allar Básjans eikir, yvir hvørt loftskotið fjall og allar høgar hæddir, yvir øll háreist torn og allar óklívandi borgargarðar, yvir allar Tarsisknørrir og allan dýrmætan farm. Tá skal mansins hugmóð lúta, og dramblæti mannanna verða boygt, eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður. Avgudarnir skulu hvørva med alla. Og menn skulu rýma inn í berghelli og niður í jarðholur av ræðslu fyri Harranum og tignarljóma hans, tá ið hann rísur og loypir ótta á jørðina. Á tí degi munnu menn tveita fyri moldvørpur og flogmýs avgudar sínar av silvuri og gulli, sum teir gjørdu sær at tilbiðja, og rýma burtur í fjallagjáir og bergskorar av ótta fyri Harranum og tignarljóma hans, tá ið hann rísur og loypir ræðslu á jørðina. Troystið ikki á menn, ið bert hava lítið fleyr av anda í nasum sínum; hvat virði hava teir?
Tí sí, Harrin, drottin herliðanna, tekur frá Jerúsalem og Júda stuðul og stav, allan stuðul breyðsins og allan stuðul vatnsins, hetjur og hermenn, dómarar og profetar, spásagnarmenn og elstar, fimtihøvdingar og tignarmenn, ráðharrar, listasmiðir og gandakallar. Eg gevi teimum óvitar til høvdingar, og spælibørn skulu valda teimum. Fólkið skal klandrast, maður móti manni og vinur móti vini, óvitar skulu erpa sær móti ellismonnum og einkisverdir móti tignarmonnum. Og tá ið einhvør trívur í ein annan í faðirhúsi sínum og sigur: «Tú eigur búna, ver tú drottin okkara, í tíni hond skal hetta fallkomna ríkið standa,» tá skal hann á tí degi hava upp rødd sína og siga: «Nei, eg vil ikki vera sárlækni; í mínum húsi er hvørki breyð ella búni; setið ikki meg til høvdinga yvir fólkinum.» Ja, ridla skal Jerúsalem, og Júda falla, tí bæði við tungu og gerðum hava teir treiskast móti Harranum, beint upp í dýrdareygu hans. Yvirbragd teirra vitnar móti teimum, teir gera syndir sínar kunnar eins og Sódoma, teir dylja einki, vei teimum, tí at sjálvir elva teir sær ógævu. Sælur hin rættláti, honum skal vignast væl, tí at hann skal njóta ávøkst verka sína. Men vei hinum gudleysa, honum man illa vignast, tí at hann skal fáa afturlønt tað, sum hann hevur gjørt. Óvitar kúga fólk mítt, og konur valda tí. Fólk mítt, leiðbeinarar tínir villa teg og lata vegin, sum tú gongur, bera av leið. Til rættargang er Harrin komin, gongur fram til at døma fólk sítt. Harrin kemur til dóms móti fólksins elstu og høvdingum tess: «Tað eru tit, sum hava avetið víngarðin; av ráni frá fátækum fólki eru hús tykkara full. Hvønn rætt hava tit at traðka fólk mítt undir fótin og morla andlitið á neyðstøddum?» sigur Harrin, drottin herliðanna. Og Harrin segði: «Av tí at Zions døtur erpa sær og ganga so nakkafattar við kveitandi eygnabragdi, vappandi aftur og fram og glinta við øklaringum, tí skal Harrin gera Zions døtur berskøllutar og raka lokkarnar av vangum teirra.» Á tí degi tekur Harrin burtur skreyt teirra: Øklaringar, ennisbond, hálvmánar, oyrnaperlur, armringar, andlitsslør, skreythúgvur, øklafesti, belti, luktilsisdósir, rúnarbelti, fingurgull, nasaringar, mentarlín, undirklæði, møtlar, taskur, spegil, lín, høvuðskreyt og slør. Og koma skal rot fyri balsam og reip fyri belti, berur skalli fyri flættur, sekkur um lendar fyri skreytklæði og brennimerki fyri prýðimerki. Menn tínir skulu fyri svørði falla, og kappar tínir í orrustu lúta. Borgarlið hennara skulu seg vena og syrgja, og sjálv skal hon sita á jørðini burtursøgd. 4,1 Á tí degi skulu sjey konur tríva í sama mann og siga: «Vit skulu sjálvar føða og klæða okkum, um tú bert vil taka burtur skemd okkara; lat okkum bera navn títt!»
Á tí degi skal gróðurkvistur Harrans verða til prýðis og dýrdar og ávøkstur landsins hábærsligur og dýrmætur fyri tey, sum komast undan í Ísrael. Tá skulu leivdir Zions og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, verða kallað heilag, øll tey, sum innskrivað eru til lívs í Jerúsalem, um Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zions og skolað burtur blóðsektina av Jerúsalem við revsidóms og reinsanar anda. Tá skal Harrin skapa yvir hvørjum staði á Zions fjalli og yvir øllum fundarfólki har skýggj um dagin og royk og glampandi eldsloga um náttina, tí at yvir øllum, ið dýrd hevur, má skýli vera, og leyvskáli skal vera til at skugga um dagin móti hita og líva og skýla móti glopraregni og skúrum.
Eg vil kvøða kvæði um vin mín, ástarkvæði um víngarð hans: Mín ástvinur átti sær víngarð á gróðurmiklum skoralendi. Hann gróv hann um, ruddaði grótið burtur og setti niður aðalvínvið, bygdi torn í miðjum honum og høgdi sær eisini vínkullu. Síðan væntaði hann sær aðalvínber úr honum, men fekk bert villber. Og dømið nú, tit íbúgvar Jerúsalems og Júdamenn, millum meg og víngarð mín. Hvat var meira at gera við víngarð mín enn tað, sum eg hevði gjørt? Hví bar hann einans villber, tó at eg væntaði aðalvínber? Men eg skal siga tykkum, hvat ið eg ætli at gera við víngarð mín: Eg skal taka burtur tornastikið, so at hann verður uppetin, bróta niður garð hans, so at hann verður niðurtraðkaður. At oyði skal eg gera hann; hann skal hvørki verða snidraður ella grivin, men liggja yvirgrógvin av tornum og tistlum; og skýggjunum skal eg bjóða, at tey einki regn mega lata koma á hann. Tí at víngarður Harra herliðanna er Ísraels hús, og Júdamenn eru yndisvøkstur hans; hann væntaði rætt, men har var manndráp, hann væntaði rættvísi, men har vóru neyðarróp. Vei teimum, ið leggja undir seg eitt húsið fyri og annað eftir og leggja sær jørð aftur at jørð, hagar til einki landarúm er eftir, og tit búgva einsamallir í landinum. Tí hevur Harri herliðanna svorið: Tey mongu stóru og góðu hús skulu vissuliga verða at oyði, og eingin búgva í teimum; tí at tíggju tunnulendi av víngarðsjørð skulu bera ein bat, og ein homer av sáði skal bert bera eina efu. Vei teimum, ið snimma á morgni stunda eftir víni og sita uppi langt út á náttina, glóðreyðir av rúsløgi, sum halda drykkjuveitslu við sitrum og hørpum, við glymskálum og ljóðpípum og víni, men geva verkum Harrans ikki gætur og síggja ikki tað, sum hendur hansara gera. Tí skal fólk mítt í útlegd fara, áðrenn tað veit av; tess tignarmenn skulu avmergjast av hungri og múgvan ørmaktast av tosta. Tí skal helheimur lata upp gap sítt og tamba øgiliga á kjafti; oman hagar verða tignarmenn stoyttir, øll hin hámikla, veitsluglaða múgva. Maður skal verða boygdur og mansbarnið eyðmýkt, og tey hástóru eygu skulu niður lúta. Men Harri herliðanna man standa hátt hevjaður í dóminum, og hin heilagi Guð sýna heilagleika í rættvísi. Og har skulu lomb ganga á beiti, og geitir eta gras í oyddum toftum. Vei teimum, ið draga fram misgerðina við bondum tómleikans og syndagjaldið við vagnreipum, teimum, ið siga: «Skundi hann sær og hurti hann undir verk sítt, at vit mega fáa tað at síggja; latið ráðagerð hins heilaga í Ísrael koma fram, so at vit mega verða varir við hana!» Vei teimum, ið kalla hitt illa gott og hitt góða ilt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt. Vei teimum, sum í egnum eygum eru vísir og halda seg sjálvar vera tignar. Vei teimum, sum eru hetjur í víndrykkju og hinir mætastu til at blanda rúsløg, sum fyri mutur geva hinum gudleysa rætt og skerja rættin hjá hinum rættvísa. Tessvegna, eins og eldslogin oyðir strá, og hálmur brennur upp á báli, soleiðis skal rót teirra fúna, og blóma teirra fara sum bos fyri vindi, tí at lóg Harra herliðanna hava teir havnað og vanmett orð hins heilaga í Ísrael. Tessvegna brann bræði hans móti fólkinum, og hann rætti út hond sína og sló tað; tá nøtraðu fjøllini, og lík teirra lógu sum sóp á miðjum gøtum; men hóast alt hetta sissaðist ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt. Fyri fjarlagdari tjóð hann reisir herstevnumerki og bríkslar hana higar frá ytsta marki jarðar; sí, har kemur hon bæði fljót og skjót: Eingin teirra er móður ella snávar á, eingin dúrar ella sovnar, beltið um lendar losnar ikki, og eingin tvongur slitnar. Hvassar eru ørvar og allir bogar spentir; sum tinnur eru hestanna hógvar og hjólini eins og hvirlur. Ýlan teirra er sum ýl frá ljóni, sum ungljón teir ýla og grenja, bólføra sína rændu bráð, og eingin fær bjargað henni. Á tí degi skulu teir koma grenjandi móti honum eins og havsins bylgjur; og tá ið hann lítur út yvir jørðina, sær hann steingjandi myrkur og dagin avkøvdan í bølaniðu.
Tað árið, tá ið Uzzia kongur doyði, sá eg Harran sitandi á høgum hásæti, hátt hevjaðan, og sleipið av skikkju hansara fylti halgidómin; kring hann stóðu seráfar, hvør teirra hevði seks veingir; við tveimum huldu teir andlitið, við tveimum huldu teir føturnar, og við tveimum hildu teir sær á flogi. Og teir kallaðu hvør til annan og søgdu: «Heilagur, heilagur, heilagur er Guð herliðanna, jørðin øll er full av dýrd hans!» Fyri rødd teirra skulvu durastavirnir, og húsið fyltist av royki. Tá segði eg: «Vei mær! Eg beri ikki boð í bý! Tí at eg eri maður við óreinum vørrum og búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum; og nú havi eg við egnum eygum sæð kongin, Harra herliðanna.» Ein av seráfunum kom tá fljúgvandi til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum. Hana læt hann nerta við munn mín og mælti: «Sí, hon hevur nortið við varrar tínar; nú er misgerð tín burtur og synd tín fyrigivin.» Síðan hoyrdi eg rødd Harrans, ið segði: «Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera ørindreki okkara?» Og eg svaraði: «Her eri eg – send meg!» Tá mælti hann: «Far og sig við hetta fólkið: Lurtið væl eftir, tit skulu tó einki fata, hyggið gjølla, tit skulu tó einki skilja. Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra deyv og eygu teirra blind, so at tey síggja ikki við eygunum og hoyra ikki við oyrunum og fata ikki við hjartanum so mikið, at tey kundu vent við og verið grødd.» Tá mælti eg: «Hvussu leingi, Harri?» Hann svaraði: «Hagar til borgirnar liggja oyddar og óbygdar, og húsini eru mannoydd og landið alt ein oyðimørk, og Harrin hevur rikið fólkið langt burtur, og oyðurnar eru vorðnar mangar í landinum, og er enn ein tíggjundi partur eftir, skal eisini verða beint fyri honum. Men eins og rótarstubbi verður eftir, tá ið eik og terebint verða feld, svá skal rótarstubbi teirra verða eftir, sum heilagt sáð.»
Tað barst á, meðan Ákaz Jótamsson Uzziasonar var kongur í Júda, at Rezin Sýriukongur og Peka Remaljason, Ísraels kongur, fóru herferð móti Jerúsalem, men vóru ikki førir fyri at vinna hana. Men tá ið tað frættist í Dávids húsi, at Sýriuland var gingið saman við Efraim, tá skalv hjarta hans og hjartað í fólki hansara, eins og skógartrøini skelva fyri vindinum. Tá segði Harrin við Jesaja: «Far við syni tínum Sjearjasjub út at møta Ákazi við endan á vatnstokkinum úr ovaru tjørn við vegin út á Tóvaravøllin og sig við hann: Ver varin og kvirrur, óttast ikki og lat ikki hugin bila tær fyri hesum báðum rúkandi eldsprekum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og Remaljasonar. Vegna tess at Sýriuland og Efraim og Remaljasonur hava lagt ilskuráð upp móti tær og sagt: Vær skulum fara herferð móti Júda, loypa skelk á fólkið og leggja landið undir okkum og seta Tábealsson sum kong yvir tí – tessvegna sigur Harrin drottin: «Tað skal miseydnast og verða av ongum, tí at høvur Sýriulands er Dámaskus, og Rezin er høvur Dámaskusar – og áður enn seksti og fimm ár eru umliðin, er Efraim lagt í oyði og ikki tjóð meira. Og Sámária er høvur Efraims og Remaljasonur høvur Sámáriu. Um tit ikki eru trúgvandi, skulu tit ikki verða búgvandi.» » Og Harrin helt fram at tala við Ákaz og segði: «Krev tær tekin av Harranum, Guði tínum, krev tað annaðhvørt niðan úr helheimi ella oman av himni.» Men Ákaz svaraði: «Eg krevji einki, eg vil ikki freista Harran.» Tá segði Jesaja: «Hoyrið nú tit av Dávids húsi! Er tað tykkum ikki nóg mikið at møða menniskju, at tit eisini vilja møða Guð mín? Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel. Súr mjólk og villur hunangur skulu vera matur hansara um tað mundið, tá ið hann fer at skyna á at havna hinum illa og velja hitt góða. Tí at áður enn sveinurin dugir at havna hinum illa og velja hitt góða, skal land beggja konga teirra, sum nú ræða teg, verða lagt í oyði. Harrin skal lata koma yvir teg og fólk títt og hús faðirs tíns tílíkar dagar, sum eingin veit um at siga, síðan Efraim skiltist frá Júda: Assýriu kong –. Á tí degi skal Harrin bríksla eftir flugunum, sum hølast í Níláarósanum í Egyptalandi, og eftir býflugunum í Assýriulandi. Og tær skulu allar koma og tyrpast í gjáum og bergskorum, á øllum tornarunnum og við hvørt vað. Á tí degi skal Harrin við knívi, sum er leigaður handan Ánna, Assýriu kongi, raka hárið bæði av høvdi og likami, ja, eisini skeggið skal hann skava av. Á tí degi skal maður hava sær eina kvígu og tvær ær. Og so nógv skulu tær mjólka, at hann hevur rómastamp til matna, tí at av rómastampi og hunangi skal hvør maður liva, sum eftir verður í landinum. Á tí degi skal hvør staður, sum áður hevði túsund víntrø í túsund sikla virði, verða avvaksin við tornir og tistlar. Menn skulu koma hagar við ørvum og boga, tí at alt landið skal ikki vera annað enn tornir og tistlar, og líðirnar, sum nú verða veltar við haka – hagar skal eingin kunna koma av ótta fyri tornum og tistlum; tær skulu verða almenningur hjá oksum og niðurtraðkaðar av seyði.»
Og Harrin segði við meg: «Tak tær stóra talvu og rita á hana við mannaskrift: Skjótur-herfongur, Brádlig bráð. Og tak mær álítandi vitni, prestin Uria og Zekarja Jeberekjahuson.» Síðan nærkaðist eg profetkonuni, og hon varð við barn og føddi son; tá segði Harrin við meg: «Lat hann eita: Skjótur-herfongur, Brádlig-bráð! Tí at áður enn sveinurin dugir at siga: «Faðir mín» ella «móðir mín», skulu eyður Dámaskusar og herfongur Sámáriu verða fluttir Assýriu kongi.» Og Harrin talaði aftur til mín og segði: «Av tí at hetta fólk hevur havnað hinum stillisligu Siloa vøtnum og fagnað Rezini og Remaljasyni, sí – tí skal Harrin loypa hinum miklu, stríðu vøtnum Áarinnar yvir tey, Assýriu kong og alt úrvalslið hans; upp um allar veitir skulu tey renna, fløða yvir allar bakkar, skola inn yvir Júdaland, fossa fram, til tað tekur manni undir høku, og breiða veingir sínar út yvir alt land títt. Við okkum er Guð! Gevið gætur, tit tjóðir, og nøtrið! Øll tit í fjarløgdum londum, lýðið á: Herklæðist, ræðsla kemur tó á tykkum; herklæðist, ræðsla kemur tó á tykkum. Leggið saman ráð, tey skulu kortini verða av ongum; gerið ætlanir, tær skulu kortini bresta. Tí at við okkum er Guð!» Tí at so segði Harrin við meg, tá ið hann treiv fast í meg og varaði meg við at ganga ta leið, sum hetta fólk gongur: «Kallið ikki heilagt alt tað, sum hetta fólk kallar heilagt. Tit skulu ikki óttast fyri tí, sum tað óttast fyri, og ikki ræðast tað. Harri herliðanna, hann skal vera tykkum heilagur, hann skal vera ótti tykkara, hann skal vera ræðsla tykkara. Og hann skal vera halgidómur og snávingarsteinur, ein klettur at renna seg ímóti hjá báðum húsum Ísraels, og íbúgvum Jerúsalems snerra og hjálmi. Og mangir av teimum skulu snáva, falla og meiðsla seg, koma fastir í hjálman og verða tiknir. Nú er at binda saman vitnisburðin og innsigla leiðbeiningina í hjørtum lærusveina mína.» Síðan skal eg bíða eftir Harranum, ið hevur fjalt andlit sítt fyri Jákups húsi, og troysta á hann. Sí, eg og tey børn, sum Harrin hevur givið mær, vit eru tekin og fyriburðir frá Harra herliðanna, sum býr á Zions fjalli. Og tá ið tey siga við tykkum: «Leitið tit ráð hjá dreygunum og deydningaandunum, hjá teimum, ið teska og mutla.» Tá skulu tit svara: «Menn eiga jú at leita sær ráð hjá gudum sínum; skal ein leita ráð hjá teim deyðu fyri tey livandi?» Nei, søkið leiðbeiningina og vitnisburðin! Soleiðis skal hann, sum er uttan morgunroða, siga. Hann skal reika um landið, maktaður og hungurstungin; og nívdur av svongdini skal øði koma í hann, so at hann biður ilt yvir bæði kong og Guð sín. Og horvir hann móti himni, ella hann lítur út yvir jørðina, sær hann neyð og myrkur, ræðsluniðu; í bølamyrkur er hann útrikin.
Men eina ferð skal ikki vera myrkur í tí landi, sum nú er í neyðum statt. Í forðum læt hann Zebulons land og Naftali land verða fyri vanvirðing, men eina ferð skal hann aftur lata heiður koma yvir vegin til havið, yvir landið handan Jórdan og yvir heidninganna kring. Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi. Tú økir fagnaðin í stórum, tú gert gleðina mikla; tey gleðast fyri ásjón tíni eins og á kornskurðartíð, fegnast, eins og tá ið herfongur verður býttur. Tí hitt tunga okið, stongina á herðum hans, og rakstrarmansins broddstav hevur tú brotið eins og á Midians degi. Ja, hvør heglandi hermanna stivli, hvør blóðdálkað skikkja skal brend verða og oydd í eldi. Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. Stórt skal høvdingadømið verða, og friðurin skal ongan enda taka á hásæti Dávids og í kongsríki hans til tess at reisa tað og menna tað við rætti og rættvísi hiðan ífrá og um allar ævir. Vandlæti Harra herliðanna skal gera hetta. Harrin hevur sent eitt orð móti Jákupi, tað hevur sligið niður í Ísrael. Alt fólkið skal verða vart við tað, bæði Efraim og Sámáriubúgvar, sum í stórlæti og yvirhuga siga: «Tigulsteinarnir raplaðu, men vit skulu byggja upp aftur við høgdum gróti; morberjatrø eru feld, men vit skulu seta sedristrø ístaðin.» Tá man Harrin eggja teirra mótstøðumenn ímóti teimum og vápna fíggindar teirra. Sýrlendingar úr eystri og Filistar úr vestri, teir munnu tamba á kjafti og eta upp Ísrael. Men hóast alt hetta, er vreiði hansara ikki linnað, enn er hond hans útrætt. Men fólkið vendir ikki við til hansara, sum slær tað, og Harra herliðanna søkja tey ikki. Tí man Harrin høgga av Ísrael bæði høvur og hala, pálmakvist og sevstrá á sama degi. Elstir og tignarmenn eru høvdið, lygiprofetar eru halin. Teir, ið leiða hetta fólk, villa tað av leið, og tey, sum lata seg leiða, fara til grundar. Tí hevur Harrin onga gleði av ungmennum teirra og onga eymkan við faðirloysingum og einkjum teirra; tí at øll fremja tey gudloysi og illverk, og hvør muður mælir dárskap. Men fyri alt hetta er vreiði hans ikki linnað; enn er hond hans útrætt. Tí at gudloysið brennur sum eldur, etur upp tornir og tistlar og kveikir í tætt vaksnum skógum, so at roykurin stendur til skýggja. Av vreiði Harra herliðanna brennur alt landið, fólkið verður føðsla hjá eldinum; eingin eirir øðrum. Teir skræða í seg til høgru og eru tó hungurstungnir; teir eta til vinstru og mettast tó ikki; holdið eta teir hvør av øðrum: Manasse Efraims og Efraim Manasse, og báðir ráðast teir saman á Júda. Men hóast alt hetta linnar ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt.
Vei teimum, ið seta saman ranglætis lógir og ídnir rita órættin upp í bók til tess at reka tey fátæku av tingi og ræna rættin frá neyðstøddum í fólki mínum, so at einkjur verða herfongur hjá teimum og faðirloysingar rán. Men hvat vilja tit gera á revsingardegnum, tá ið oyðingin kemur úr fjarlegd? Á hvønn skulu tit víkja um hjálp; hvar fara tit tá at krógva tykkara eyð? Tá er annaðhvørt at níga millum fjøtraða manna ella lúta millum vigna manna. Men hóast alt hetta linnar ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt. Vei Assur, mínum vreiðinnar koyrli, vreiði mín er stavurin í hondum hans! Eg sendi hann móti gudleysari tjóð; móti fólki, sum eg eri grammur, búgvi eg hann út til tess at ræna, taka herfong og traðka tað niður eins og sóp í túni. Men hann skilti tað øðrvísi, hjarta hans hugsaði ikki so. Nei, hugur hansara stundaði á at oyða og týna mangar tjóðir. Tí at hann sigur: «Eru ikki allir mínir høvdingar kongar? Var ikki við Kalno eins og við Karkemisj? Gekst ikki Hámat eins og Arpad, Sámáriu eins og Dámaskus? Tá ið hond mín hevur rokkið hesum kongaríkjum, tó at gudamyndir teirra vóru fleiri enn í Jerúsalem og Sámáriu, man eg ikki tá kunna fara við Jerúsalem og avgudum hennara á sama hátt, sum eg fór við Sámáriu og avgudum hennara?» Men tá ið Harrin hevur lokið verk sítt á Zions fjalli og í Jerúsalem, tá heimsøki eg ávøkstin av hugmóði Assýriu kongs og dramblætið í hástóra eygnabragdi hans, av tí at hann sigur: «Við míni sterku hond havi eg útint hetta í vísdómi mínum, tí at eg eri hyggin; eg flutti markaskil tjóðanna, rændi fælutir teirra og rindi sum alvaldur monnum úr hásæti teirra. Tjóðanna eyði hond mín røkk, sum var tað fuglareiður, eins og egg, ið fuglurin er flogin av, svá havi eg savnað saman øll lond; eingin kveistraðist ella opnaði nevið til at láta.» Man øksin erpa sær upp ímóti honum, ið høggur við henni, ella man sagin bretta sær av honum, ið sagar við henni? Alt eins og sprotin vildi reiggja honum, ið hevjar hann, og stavurin lyfta upp tann, sum ikki er av træ. Tí skal Harrin, drottin herliðanna, senda tæring í fiti hans, og undir dýrd hans skal eldur loga sum av brennandi báli; ljós Ísraels skal verða at eldi og hin heilagi tess at eldsloga; á einum degi skal hann brenna upp og oyða tistlar og tornir hans. Og dýrmæta skóg og aldingarð hans skal hann oyða á svaðasvørði; hann skal verða eins og sjúklingur, ið kemur burtur í einki. Lætt verður at telja tey trø, sum eftir verða í skógi hans; óviti kann at skriva tey upp. Á tí degi skulu leivdirnar av Ísrael og tey, sum undan komast í Jákups húsi, ikki meira styðja seg við hann, ið sló tey, men við Harran, hin heilaga Ísraels, í sannleika. Ein leivd skal venda við, ein leivd av Jákupi, til hin veldiga Guð. Tí at um fólk títt, Ísrael, var sum sandur við sævarflóð, skal tó bert ein leivd av tí venda við. Avrádd er oyðingin, kemur fossandi við rættvísum endurgjaldi. Tí at avrádda oyðing man Harrin, drottin herliðanna, fremja um alla jørðina. Tí sigur Harrin, drottin herliðanna, svá: «Tú fólk mítt, sum býr á Zion, óttast ikki Assur, um hann slær teg við sprotanum og reiggjar stavinum ímóti tær, eins og Egyptar gjørdu; tí at um lítið bil er vreiðin linnað av, og tá stundar bræði mín á oyðing teirra.» Tá reiggjar Harri herliðanna koyrlinum móti teimum, eins og tá ið hann vá Midianitar við Óreb-klettin; og stavur hans er útrættur yvir havið; og hann hevur hann á lofti eins og móti Egyptalandi á sinni. Á tí degi tekur hann byrðina av herðum tínum og okið av hálsi tínum; ja, av ovurfiti skal okið brotna. Hann heldur leið síni móti Ajjat, fer um Migron, letur viðførið eftir í Mikmas. Teir fara yvir um skarðið: «Í nátt gista vit í Geba.» Ráma skelvur, Sáuls Gibea flýggjar. Hevja neyðarróp, Gallims dóttir! Lajsja, lýð tú á! Ánatot, tak tú undir! Madmena er longu flýdd; í Gebim bólføra teir ognir sínar. Longu í dag stendur hann í Nób, veittrar við hondini móti Zions fjalli, móti Jerúsalems heyggi. Men herviliga høggur tá Harrin, drottin herliðanna, leyvkrúnu hansara av; hinir stoltu træbularnir støkka, hini hávaksnu trøini lúta. Við øksini ruddar hann skógarins runnar; Libanon fellur fyri hinum veldiga.
Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans. Hugnaður hans skal vera í ótta Harrans; hann skal ikki døma eftir tí, sum eygu hans síggja, og ikki skipa rætt eftir tí, sum oyru hans hoyra. Við rættvísi skal hann døma hini fátæku og skipa rætt við rættlæti fyri hinum neyðstøddu í landinum; hann skal sláa yvirgangskroppin við sprota muns síns og drepa hin gudleysa við anda varra sína. Rættferð skal vera belti um lendar hans og trúskapur belti um mjadnar hans. Tá skal úlvurin búgva hjá lambinum og pantarin liggja í felagi við geitarlambinum, kálvar, ungljón og alidjór ganga saman, og ein smádrongur skal gæta tey. Kúgv og bjørn skulu ganga á beiti saman; og ungar teirra skulu liggja á bóli saman; og ljónið skal eta hoyggj eins og neyt. Bróstabarnið skal spæla við holuna hjá høggorminum, og barnið, sum beint er avvant, skal stinga hond sína inn í holið hjá basiliskinum. Á øllum mínum heilaga fjalli skulu menn einki ilt gera og ongan skaða valda, tí at jørðin er full av kunnleika Harrans, eins og vatnið fjalir havsins botn. Á tí degi skulu heidningarnir spyrja eftir rótarkvistinum av Ísai, sum stendur sum hermerki fyri fólkini; og bústaður hans skal verða dýrligur. Á tí degi man Harrin aftur rætta út hond sína og vinna sær aftur tær leivdir, ið eftir eru av fólki hans, úr Assur, úr Egyptalandi, úr Patros, úr Blálandi, Elam, Sjinear, Hámat og av havsins strondum. Hann skal reisa hermerki fyri tjóðirnar og henta saman hinar burturriknu menn úr Ísrael og savna úr heimsins fýra hornum Júdakvinnur, ið vóru spjaddar um. Tá skal øvund víkja úr Efraim og fíggindskapur Júda hvørva; Efraim skal ikki øvunda Júda og Júda ikki hava meinhuga móti Efraim. Móti vestri skulu teir skjóta seg niður á herðar Filista, og saman herja teir á eysturlendingar; á Edóm og Móab skulu teir leggja hond, Ammonitar verða teimum lýdnir. Tá skal Harrin turka upp Níláarósan og bregða hondini yvir Ánna av sterkum móði og skifta hana sundur í sjey løkir, so at menn ganga turrskøddir yvirum. Og vegur skal verða lagdur fyri leivdum fólks hans, ið undan komast úr Assur, eins og tað var fyri Ísrael, tá ið teir fóru úr Egyptalandi.
Á tí degi skalt tú siga: «Eg lovi tær, Harri; tí at tú reiddist inn á meg, men vreiði tín hvarv, og tú uggaði meg. Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki, tí at Harrin er máttur og lovsongur mín, og hann varð mær frelsa.» Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði. Og tann dagin skulu tit siga: «Takkið Harranum, ákallið navn hans, kunngerið gerningar hans fólkanna millum, sigið frá, at navn hans er hátt. Lovsyngið Harranum, tí at hann hevur dýrdarverk gjørt; hetta skal verða kunnigt um alla jørðina. Lat fagnaðarróp ljóða og syng av gleði, tú, sum býrt á Zion; tí at hin heilagi í Ísrael er stórur hjá tær.»
Spádómur um Bábel, sum birtist fyri Jesaja Ámozsyni: Reisið hermerki á skógarleysum fjalli, rópið á teir hátt og veittrið til teirra um at ganga inn um borgarlið veldismanna. Eg havi sjálvur búgvið út vígdu hermenn mínar til at inna mítt vreiðinnar verk og havi kallað á kappar mínar, hinar hástóru og kátu. Hoyrið tysjan á fjøllunum eins og av nógvum fólki! Hoyrið róm av tjóðum, av tjóðflokkum, ið fylkja seg. Harri herliðanna kannar herlið sítt. Úr fjarløgdum landi teir koma frá himinsins ytstu rond, Harrin og vreiðinnar amboð hans, til at týna jørðina alla. Venið, tí at dagur Harrans er í nánd, sum oyðing hann kemur frá hinum alvalda. Tí maktast allar hendur, og hvørjum manni bilar hugur. Teir ønskrast, nívast av verkum og kvølum, eymka seg sum kona í barnferð; bilsnir bína teir hvør at øðrum, sprotareyðir um kjálkar. Harrans øgiligi dagur kemur við bræði og brennandi vreiði; jørðina hann leggur í oyði og týnir syndarar hennar. Tí at himinsins stjørnur og stjørnumerki lýsa ikki frá sær; svørt rísur sólin, og mánin letur ikki ljós sítt skína. Eg revsi jarðarríkið fyri vándsku tess og hinar gudleysu fyri misgerðir teirra, boyggi hugmóð hinna dramblátu og beini fyri stórlæti valdsharranna. Menn geri eg sjáldsýndari enn skíragull og lati vera meira av Ofirgulli enn av fólki. Tessvegna skelva himnarnir, og jørðin skakast úr grund fyri vreiði Harra herliðanna á deginum, tá ið bræði hans brennur. Sum skelkaðar skógargeitir og seyðir, ið ikki verða savnaðir, skulu tey leita hvør til fólks síns og flýggja hvør heim aftur í land sítt. Hvør afturfingin skal verða gjøgnumstungin og hvør fangaður falla fyri svørði. Beint fyri eygum teirra verða smábørn teirra morlað, hús teirra rænd og konur teirra neyðtiknar. Sí, eg øsi upp ímóti teimum Mediumenn, ið lítilsvirða silvur og einki leggja í gull. Bogar teirra bana teimum ungu; teir eira ongum móðurlívsbarni, og smábørn eymka teir ikki. Og tað skal verða við Bábel, hesum prýði fyri kongaríkjum, Kaldeanna hástóru tign, sum tá ið Guð legði Sódomu og Gómorru í øsku. Allar ævir skal hon vera óbygd, ætt eftir ætt skal eingin koma hagar; Árábar skulu ikki tjalda har, og eingin hirði skal har savna seyð sín. Urðarkøttir skulu hølast har og húsini fyllast við uglum; har skulu strutsarnir reiðrast og skógartrøllini vappa, sjákálar grenja í skreythøllum og úlvar í gleðiskálum hennara; ja, tími hennara nærkast, dagar hennara líða.
Tí at Harrin skal miskunna Jákupi, aftur útvelja Ísrael og lata tey búgva í sínum egna landi; tá skulu fremmandir sameinast við tey og binda felag við Jákups hús. Tjóðirnar skulu taka tey og flyta tey aftur í heimstað teirra; og har, í landi Harrans, skal Ísraels hús taka sær tjóðirnar til ognar sum trælir og trælkvendi og soleiðis hertaka tey fólk, ið hertóku tey, og valda kúgarum sínum. Og tá ið Harrin hevur veitt tær hvíld undan møði tíni og ónáðum og undan tí trælastrevi, sum tú hevur verið nívdur av, tá skalt tú kvøða henda tátt um Bábel-kong og siga: Hvør tigandi er nú kúgarin vorðin, so kvirt í pínsluhølinum! Brotið hevur Harrin stav hinna gudleysu, valdsmannanna sprota, sum í vreiði bardu av tjóðir við høggum uttan íhald og kúgaðu tjóðflokkar í eirindaleysari bræði. Øll jørðin hevur nú frið og náðir, hevjar fagnaðarljóð; sjálvt sypristrøini gleðast yvir teg, Libanons sypristrø: «Tá, ið tú ert feldur, kemur eingin niðan at fella okkum.» Tín vegna er stákan har niðri í helheimi til tess at taka ímóti tær; tín vegna vekur hann deydningar allar, ið einaferð reystastir vóru á foldum, rekur allar tjóðkongar úr hásætum teirra. Teir taka allir til orða og siga við teg: «Eisini tú ert máttleysur vorðin eins og vit, vorðin okkum líkur!» Skreyt títt og tínar ljómandi hørpur eru farin niður til heljar; ormar eru breiddir undir teg, og maðkar eru áklæði títt. Á, hvør ert tú fallin av himni, tú ljómandi morgunstjørna, rindur til jarðar, tú kúgari alra tjóða! Tú, sum segði í tínum hjarta: Eg skal stíga upp til himna, reisa mítt hásæti hátt yvir stjørnum Guðs og sessast á tingfjalli gudanna, dygst í norðuri, hevjast upp um skýggjanna hæddir, verða líkur hinum hægsta! Nei, til heljar skalt tú verða rind oman dygst niður í gravardýpið. Teir, ið bera eyga við teg, hyggja at tær og undrast: «Er hetta maðurin, sum skakaði jørðini, so ríkini skulvu, sum gjørdi jarðarríkið at oyði, breyt niður borgir tess, og gav ikki fangum sínum heimferðarloyvi?» Tjóðanna kongar liggja virðiliga jarðaðir hvør í sínum húsi, men tú liggur ógrivin, burturtveittur eins og vanvirdur burður, ið ikki er komin á tíð, díktur undir í vignum svørðstungnum monnum, tveittur niður í grótholu eins og sundurtraðkað ræ. Saman við fedrum tínum skalt tú ei fáa grøv, tí at tú hevur oytt land títt og dripið fólk títt; tílíkt avkom illgerðarmanna skal um ævir ei verða nevnt. Latið synir hansara bløða fyri misgerðir fedra teirra; ikki skulu teir sleppa á føtur til at leggja undir seg jørðina, ei heldur fylla jarðarkringin við borgum. Eg rísi upp ímóti teimum, sigur Harri herliðanna, og oyði úr Bábel bæði navn og leivdir, bæði gróðurnálir og kvistar, sigur Harrin. Eg gevi hegrum hana til ognar og lati hana verða at vatnsmýrum; við oyðingarinnar kveistri skal eg sópa hana burtur, sigur Harri herliðanna. Svorið hevur Harri herliðanna og sagt: «Vissuliga skal tað, sum eg havi hugsað, ganga út, og tað, sum eg havi avrátt, skal sannast: Í landi mínum skal eg sorla Assur og traðka hann sundur á fjøllum mínum; tá skulu teir sleppa undan oki hans, og byrðar hans verða tiknar av herðum teirra. Hetta er tað, sum eg havi avrátt móti allari jørðini. Hetta er tann hond, sum útrætt er móti øllum tjóðum! Og ráð Harra herliðanna, hvør ger tað til einkis? Og hondin, sum er útrætt, hvør slær hana burtur? Tað árið, sum Ákaz kongur doyði, birtist hesin spádómur: Fegnast ikki alt Filistaland um, at stavurin, ið sló teg, er brotin, tí at høggormur kemur úr ormsins rót, og av honum sprettur fljúgvandi dreki. Armingarnir skulu vistir njóta, og hini fátæku búgva uttan ekka; men avkom títt lati eg doyggja av hungri og drepi tínar síðstu leivdir. Eymka teg borglið, vena teg borg, komi ræðsla á teg alt Filistaland! Tí at norðaneftir kemur roykur, í fylkingum fíggindans er eingin, ið dragnar afturúr. Men hvat skal verða svarað ørindreka fólksins? At Harrin hevur grundfest Zion, at tey neyðstøddu í fólki hansara har eiga skjól.
Spádómsorð um Móab: Ja, vunnin á nátt og avoydd er Ar í Móab, ja, vunnin á nátt og avoydd er Kir í Móab. Dibons dóttir heldur til fjals at gráta, Móab seg venar uppi á Nebo og í Medeba, hvørt høvur er berskøllut, hvørt skegg avrakað. Í túnum og uppi á tekjum teir ganga við sekki um lendar, á torgunum vena teir allir í sjóðheitum gráti. Hesjbon og Eleale rópa so hátt, at tað hoyrist til Jáhaz; tí skelva Móabs lendar, tí bilar honum hugur. Hjartað í Móab nøtrar; flóttamenn hansara halda til Zóar, til Eglat-Sjelisjija; ja, grátandi fara teir niðan kleivina við Luhit og hevja neyðarróp eftir vegnum til Hóronáim. Og Nimrims vøtn verða at reyni, tí at grasið følnar, urtirnar doyggja, og alt grøngresi hvørvur. Tessvegna taka teir bólførdu ognir sínar og flyta tær yvir um Pílviðará. Ja, neyðarrópið hoyrist um alt Móabs land, venanin ljóðar alt til Egláim og Beer-Elim. Tí at full av blóði eru Dímonarvøtn. Men meira lati eg enn koma yvir Dímon: Ljón yvir teir, sum undan komust av Móab, og teir, sum í landinum eru eftir.
Landsins harrar senda gávur frá Sela gjøgnum oyðimørkina til fjals Zions dóttur. Eins og flákrandi fuglar, eins og ungar koyrdir úr reiðri, soleiðis eru Móabs døtur við vaðini um Arnon. «Kom við ráðum og veit hjálp; ger á alljósum degi skugga tín eins og náttina, lív hinum burturriknu, gev ikki flóttamannin upp. Gev hinum burturriknu av Móab vist hjá tær; ver teimum skjól móti honum, ið herjar. Tí at er valdsmaðurin týndur og sorlanin at enda, og oyðarin oyddur úr landinum, tá man í miskunn hásætið verða grundfest, og á tí við trúfesti situr í Dávids tjaldbúð dómari, sum skipa skal rættin og stunda á rættlæti. Vit hava hoyrt um Móabs hugmóð, hitt ovurmikla, um yvirhuga, dramblæti og stórlæti og alt hans fánýtta skról.» Tessvegna venar seg Móab um Móab, øll vena seg; Kir-Háresjets vínberjakøkur eymka tey, øll í sori. Tí at følnað er akurlendi Hesjbons og vínviður Sibma, hvørs vínber beindu fyri tjóðanna harrum, og hvørs vínberja greinar rukku til Jázer, breiddu seg allar vegir um reynið og toygdu seg yvir um havið. Tessvegna gráti eg Jázers grát yvir víntræ Sibma; væti við mínum tárum Hesjbon og Eleale, tí at yvir aldin tín og akrar hevjar fíggindin sigursróp. Úr aldingørðunum er horvin fagnaður og kæti, í víngørðum hoyrast ei songir og fagnaðarljóð; í vínfargi treður eingin vínber, og fagnaðarróp eru tagnað. Tí titrar mín barmur sum sittarastrongur vegna Móabs og mítt hjarta fyri sakir Kir-Heres. Og um Móab fær strevað seg niðan á offurheyggin og inn í halgidómin at biðja, avrikar hann kortini einki. Hetta er orðið, sum Harrin talaði um Móab í forðum. Men nú sigur Harrin: Um trý ár – so sum bønarmansins ár verða tald – skal Móabs heiður við øllum sínum hámiklu fjøldum ósømd fáa; og tað, sum eftir verður, skal verða lítið og fáment og einkisvert.
Spádómsorð um Dámaskus. Sí, brátt er Dámaskus eingin borg, men vorðin at toftum. Um ævir skulu bygdir hennar liggja í oyði, og har skulu fæflokkar liggja á beiti, og eingin skal skelka teir burtur. Og Efraim missir sítt varnarvirki, kongsdømið hvørvur úr Dámaskus, og Árams leivdir farast; tað verður við teimum sum við Ísraels dýrd, sigur Harri herliðanna. Á tí degi skal Jákups dýrd verða vesæl og fitin hvørva av likami hans. Tá skal verða, sum tá ið kornskurðarmaðurin trívur um hálmin og slítur av øksini, sum tá ið øks verða hentað í Refaims dali; eitt eftirsløð skal verða leivt, eins og tá ið oljutræið verður skakað: ovast í krúnuni eini tvey, trý ber sita eftir og fýra, fimm á greinum aldintræsins, sigur Harrin, Ísraels Guð. Á tí degi man maðurin leita til skapara sín, og eygu hans líta til Ísraels heilaga. Ikki skal hann leita til altarini, til handaverk sítt, og ikki líta at tí, sum fingrar hans hava tilbúgvið, hvørki at Ásjerustólpum ella sólsúlunum. Á tí degi skulu borgir tínar liggja oyddar eins og tær toftir, ið Hivitar og Ámoritar máttu frá, tá ið teir flýddu fyri Ísraels monnum; at oyðimørk skal landið verða. Tí at tú gloymdi frelsu tína, Guð, hevði ikki í huga títt varnarvirki; tessvegna setir tú niður yndisligar kvistar og elur fram fremmandar vøkstir. Á tí degi, tú setir niður, fært tú tað at næla, á tí morgni, tú sáar, blómar tað – til tú heystar sóttir og kvalir, ið einki kann linna. Hoyr gný av mongum tjóðum. Tær ymja sum havið, dynjan av tjóðflokkum eins og dun av veldigum vøtnum. Tað dynur av tjóðflokkum eins og dunið av miklum vøtnum. Men hóttir hann at teimum, flýggja tey burtur, spjaðast um fjøll eins og sáður fyri vindi, eins og fúkandi leyvsbløð í stormi. Um kvøldið kemur ræðsla, og áður enn tað lýsir, eru tey ikki til meira. Hetta er lutur teirra, ið okkum ræna, og forløg teirra, ið okkum níva.
Hoyr, tú land við surrandi veingjum hinumegin Blálands áir. Tú, sum býrt út sendimenn yvir havið í sevbátum yvir vøtnini: Tit fljótu ørindrekar, farið til hitt hávaksna, glæsiliga fólkið, til tjóðir, sum ræðslan so víðan stendst av, til hitt ovursterka fólkið, ið traðkar alt undir fótum, og gjøgnum land tess renna áirnar. Øll tit, ið heimin byggja, og búgva á jørð! Hyggið eftir, tá ið hermerkið verður reist á fjøllum, og lurtið, tá ið lúðurin verður blástur. Tí at so hevur Harrin sagt við meg: «Eg vil líta at í kvirru frá bústaði mínum, meðan loftið er glóðheitt av sól, meðan døggin er mikil um kornskurðartíð.» Tí at áður enn upptøkan kemur, tá ið blóming er at enda, og staðið vínber er komið av blómuni, tá høggur hann vínviðargreinarnar av við knívinum, kappar gróðurangarnar og tveitir teir burtur. Allir verða teir givnir ránsfuglum fjallanna og djórum jarðarinnar, ránsfuglunum til føðslu á sumri og øllum jarðarinnar djórum til matna, tá ið veturin kemur. Á teirri tíð skulu gávur verða fluttar Harra herliðanna frá hávaksnari, glógvandi tjóð, frá tjóð, ið so víðan ræðsla stendst av, hini ovursterku tjóð, ið traðkar alt undir fótum, og gjøgnum land hennara renna áirnar – til staðin, har navn Harra herliðanna er, til Zions fjals.
Spádómsorð um Egyptaland. Sí, Harrin ekur á lættum skýggi, kemur til Egyptalands; fyri honum skelva Egyptalands gudar, og hjartað bráðnar í brósti á Egyptum. Eg øsi Egyptar upp ímóti Egyptum, so at teir berjast bróðir við bróður, vinur við vin, borg ímóti borg og ríki móti ríki. Andin hvørvur úr brósti Egypta, ráð teirra geri eg til einkis, so at teir leita sær ráð við falsgudar og gandakallar, við dreygar og spásagnarandar. Eg gevi Egyptar upp í hendur á harðrendum harrum, og grimmur kongur skal teimum valda, sigur Harrin, drottin herliðanna. Vatnið í havinum trýtur, og flóðin grynnist og tornar upp, løkirnir rúka rotnir, Egyptalands áir minka og torna; sevið og vatngresið følnar. Alt grasið við Níláarbakkarnar doyr, alt sáð fram við Nílánni følnar, fýkur avstað og hvørvur. Tá munnu fiskimenninir syrgja, allir, ið varpa ongul út í Nílánna, suffa, og teir, ið kasta nót, standa hugstoyttir við havið. Til skammar verða teir, ið virka lín, allar vevkonur og bindingarkonur blikna, spunamenninir verða fyri ongum, hugstoyttur er hvør bønarmaður. Ja, fákunnir eru Zóans høvdingar, hinir vitrastu av ráðgevum Fáraos geva býttlingaráð. Hvussu kunnu tit siga við Fárao: «Eg eri vísmannasonur, komin av fyrndarkongum.» Men, hvar eru nú vísmenn tínir? Teir áttu nú at sagt tær og latið teg vita, hvat ið Harri herliðanna hevur rátt av um Egyptaland. Nei, býttlingar eru Zóans høvdingar, og tøldir eru veldisharrarnir í Nof. Teir, sum vóru hornasteinar ættanna, hava vilt Egyptar av leið. Harrin hevur helt í teir ørvitisanda, so at Egyptar av teirra ávum vingla í øllum verkum sínum eins og fullur maður sløðrar í síni spýggju. Einki skal hepnast Egyptum, hvørki tað, ið høvur ella hali, sev ella pálmi tekur sær fyri. Á tí degi verða Egyptar eins og konur; teir skulu nøtra og skelva fyri hini hevjaðu hond, sum Harri herliðanna hóttandi hevjar móti teimum. Tá verður Júdaland Egyptum til ræðslu, og hvørja ferð teir verða mintir á tað, skelva teir fyri tí ráði, sum Harri herliðanna leggur upp ímóti teimum. Á tí degi skulu fimm borgir í Egyptalandi tala Kánáans tungumál og svørja við Harra herliðanna; ein teirra skal eita Ir-Háheres. Á tí degi skal altar verða Harranum reist í miðjum Egyptalandi og merkissteinur við landamark tess. Tað skal verða til tekins og vitnisburðar um Harra herliðanna í Egyptalandi; tá ið teir rópa til Harrans undan kúgarunum, man hann senda teimum hjálpara, ið skal stríða fyri teimum og bjarga teimum. Tá verður Harrin Egyptalandi kunnur, og Egyptar skulu á tí degi kenna Harran og dýrka hann við sláturofrum og grónofrum og streingja Harranum heiti og fremja tey. Harrin skal sláa Egyptaland, sláa og eisini grøða, tí at tá ið teir snúgva sær til Harrans, man hann bønhoyra og grøða teir. Á tí degi skal lagdur vegur liggja frá Egyptalandi til Assurlands, og Assurmenn skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assurlands, og saman skulu teir tilbiðja Harran. Á tí degi skal Ísrael verða sjálvur triði saman við Egyptalandi og Assurlandi – verða á miðjari jørðini ein signing, ið Harri herliðanna skal vælsigna við hesum orðum: «Signað veri fólk mítt, Egyptaland og Assurland, handaverk mítt, og Ísrael, arvalutur mín.»
Tað árið, tá ið Tartan sendur av Sargoni, Assurs kongi, kom til Ásdod og herjaði á Ásdod borg og vann hana, tá talaði Harrin við Jesaja Ámozson: «Far og loys spjarrarnar av lendum tínum og lat teg úr skónum.» Soleiðis hann gjørdi og gekk nakin og skóleysur. Og Harrin segði: «Eins og Jesaja, tænari mín, nú í trý ár hevur gingið nakin og skóleysur, Egyptalandi og Blálandi til tekins og fyriburðar, soleiðis skal Assurs kongur flyta burtur fangar úr Egyptalandi og herleiða fólk úr Blálandi bæði ung og gomul, nakin og skóleys, við berum afturparti – Egyptum til skemdar.» Og teir skulu ønskrast og fáa skomm av Blálandi, sum teir litu á, og av Egyptalandi, sum teir erpaðu sær av, og teir, ið búgva á hesi strond, skulu á tí degi siga: «Sí, hetta hevur verið teimum fyri, sum vit litu á og flýddu til í vón um, at vit við teirra hjálp skuldu verða bjargaðir undan Assurs kongi; hvussu skulu vit tá sjálvir komast undan?»
Spádómsorð um havoyðuna: Eins og hvirlur fara fram gjøgnum suðurlandið, kemur tað úr oyðimørkini, hinum ræðuliga landi. Ræðulig sjón mær birtist: «Ránsmenn ræna, hermenn herja. Fram, Elamitar! Gerið álop, Medar! Eg geri enda á allari stynjan!» Tessvegna skelva lendar mínar; verkir koma á meg eins og á konu í barnferð; eg eri deyvur av angist og blindur av ræðslu. Mítt hjarta er ráðaleyst, ræðsla er dáttliga yvir meg komin; hin áður so hugnaliga skýming elvir mær nú ønskran. Borðið er dúkað, høgindi løgd; teir eta og drekka: «Upp nú høvdingar, skildirnar smyrjið!» Tí at so segði Harrin við meg: «Far og set út varðmann; hann skal boða frá tí, sum hann sær. Og ber hann eyga við reiðmannaskara, reiðmenn tveir og tveir, ein skara av asnum og annan av kamelum, tá skal hann lurta gjølla eftir.» Og hann rópaði: «Sí, Harri, á varðbergi eg standi allan dagin, á sjónar hóli mínum nátt eftir nátt.» Men sí, tá kom reiðmannaskari, reiðmenn tveir og tveir. Teir rópaðu: «Fallin, fallin er Bábel! Allar gudamyndir hennara liggja sorlaðar á jørðini!» Mítt sorlaða, sundurtreskta fólk! Tað, sum eg havi hoyrt frá Harra herliðanna, Ísraels Guði, havi eg nú kunngjørt tykkum. Spádómsorð um Duma: Tað rópar til mín frá Se'ir: «Vøkumaður, hvat líður náttini? Vøkumaður, hvat líður náttini?» Vøkumaðurin svarar: «Morgunin kemur, men enn er nátt. Vilja tit vita tað, komið tá aftur og spyrjið.» Spádómur um Árábiu: Gistið á nátt á skógi í Árábiu, tit Dedans keypferðamenn. Komið við vatni ímóti hinum tystu, tit, sum búgva í Temalandi, farið út við breyði til teirra, sum flýggja. Tí at teir flýggja undan svørðinum, undan bregðaðum svørði, á flótta undan spentum boga og undan harðari orrustu. Tí at so hevur Harrin sagt við meg: «Enn eitt ár – eins og bønarmaðurin roknar árið – og tá skal einki vera eftir av Kedars dýrd, og fáir verða bogarnir eftir hjá Kedars kappum, tí at Harrin, Ísraels Guð, hevur talað.»
Spádómur: Sjónanna dalur. Hvat hevur borist tær á, at alt títt fólk er uppi á tekjum, tú hámikla borg, so full av háva, tú heimstaður kætisins? Tínir vignu fullu jú ikki fyri svørði, vórðu ikki feldir í orrustu! Allir tínir høvdingar rýmdu og flýddu burtur, allar tínar hetjur, vápnaðar við boga, vórðu tiknar. Tessvegna sigi eg: Hyggið av mær og latið meg í friði gráta sáran. Gerið mær ikki ónáðir við at ugga meg, tí at fólk mítt er lagt í oyði. Tí at Harrin, drottin herliðanna, læt í Sjónanna dali dag renna upp við háva og miklari troðkan og traðkan; borgargarðar brotnaðu, óljóðið barst til fjalla. Elam fekk sær ørvahúsan, Áram tokaði fram á hestum, Kir fekk sær skildirnar. Tínir fagrastu dalar fyltust av vagnum og hestum; ja, tætt við borgarliðið teir fylktust. Og hann tók vørnina frá Júda. Á tí degi hugdu tit eftir vápnunum í skógarhúsinum. Og tit sóu, at sprungurnar í Dávidsborgini vóru mangar; tit savnaðu vatnið úr niðaru tjørn, taldu húsini í Jerúsalem og brutu hús niður til tess at bøta um borgargarðin; og millum báðar múrarnar gróvu tit gryvju fyri vatni úr gomlu tjørn. Men honum, ið hetta veldur, góvu tit ikki gætur, litu ikki til hansara, sum frammanundan hetta hevði skipað. Á tí degi stevndi Harrin, drottin herliðanna, monnum til at gráta og syrgja, til at raka hárið og gyrða seg spjørrum. Men sí, her er gleði og gleimur, neyt verða slátrað, og seyður verður svævdur, kjøt etið og vín drukkið: «Latum okkum eta og drekka, tí at í morgin skulu vit doyggja.» Men opinbering Harra herliðanna ljóðar í oyrum mínum: «Henda synd skal á ongum sinni verða tykkum fyrigivin alt til deyðadags.» So segði Harrin, drottin herliðanna: «Far og sig við henda drottseta, Sjebna, hallarstjóra, sum fæst við at høgga sær grøv á høgum staði og holar sær leggstað í klettinum: Hvat hevur tú her at gera, og hvønn hevur tú her, at tú høggur tær grøv her? Sí, Harrin tveitir teg langt burtur, hann vindur teg saman, tú hástóri, hann ballar teg sum knýti og varpar teg langt út á víðan vang; har skalt tú doyggja, har ið tínir dýrmætu vagnar koma, tú sum ert húsi harra tíns ein vanvirðing. Eg koyri teg frá tínum starvi og taki títt embæti frá tær.» Og á tí degi kalli eg á tænara mín Eljakim Hilkiason og lati hann í kyrtil tín, gyrði hann belti tínum og fái honum vald títt upp í hendur; hann skal verða faðir fyri íbúgvar Jerúsalems og Júdahús. Og lykilin til hús Dávids leggi eg á herðar hans; tá ið hann letur upp, skal eingin læsa, og tá ið hann læsir, skal eingin lata upp. Eg festi hann sum nagla á haldgóðum staði; og hann skal vera faðirs síns húsi vegligt hásæti. Og tá ið øll tyngdin av faðirhúsi hans heingir seg á hann, tyngdin av gróðurangum og vøkstrum, øllum smákerum, bæði skálum og døllum, tá skal á tí degi, sigur Harri herliðanna, naglin, sum ísligin var á haldgóðum staði, dragna, verða úrslitin og detta niður, og tað, sum á honum hekk, fara sundur; tí at Harrin hevur talað.
Spádómur um Týrus. Venið, tit Tarsisskip, tí at oydd er borg tykkara. Teir frættu tað á vegnum frá Kýpurlandi. Kvirrir gjørdust tá Zidons keypmenn, ið búgva við havið og farmenn høvdu í sigling, sum fluttu yvir havið kornið frá Sjihors fløtum og drógu til sín allan eyð tjóðanna. Skomm fái teg nú Zidon, tí at havið sigur: «Eg havi ikki havt barnverkir og ikki føtt og havi ikki alt upp unglingar og ikki fostrað moyggjar.» Tá ið hetta frættist í Egyptalandi, munnu menn skelva við fegnina um Týrus. Farið yvir til Tarsis og venið tykkum, tit oyggjarskeggjar! Er hetta hin gleimmikla borg tykkara, sum hevur sín uppruna í fyrndini og fetað hevur langar leiðir til tess at taka upp bústað á fjarløgdum støðum? Hvør hevur lagt upp hesi ráð móti Týrus hini krýndu, har sum keypmenninir vóru høvdingar og sølumenninir mætastu menn á fold? Tað hevur Harri herliðanna gjørt til tess at lítilsvirða tað, sum er hástórt, og vanvirða alt stórlæti, allar tignarmenn á jørð. Grátið, tit Tarsisskip, tí at eingin havn er til meira. Hann rætti út hond sína yvir havið og skakaði kongaríki; Harrin beyð at bróta niður varnarvirki Kánáans. Hann segði: «Ongantíð skalt tú fegnast aftur, Zidons dóttir, tú neyðtikna moyggj; statt upp og far tær yvir til Kýpurlands; heldur ikki har skalt tú finna hvíld,» tí at eisini vígtorn teirra hevur hann brotið niður og lagt hallir teirra í toftir. Venið, tit Tarsisskip, tí at sorlað er varnarvirki tykkara. Tá ið tann tíð kemur, skal Týrus vera gloymd í sjeyti ár, samsvarandi eini kongsævi, men eftir lidnum sjeyti árum skal tað gangast Týrus, eins og tað stendur í táttinum um skøkjuna: «Tak sittaran, gakk um í borgini, tú gloymda skøkja, slá fagurliga streingin og syng hátt, so at teir aftur minnast tín.» Eftir lidnum sjeyti árum man Harrin aftur vitja Týrus; hon skal aftur fáa skøkjuløn og horast við øllum heimsins kongaríkjum, ið eru um alla jørðina. Men vinningur hennara og skøkjuløn skal verða Harranum halgað; tað skal ikki verða goymt og ikki hópað saman; nei, tey, sum búgva fyri ásjón Harrans, munnu fáa vinning hennara til føðslu at metta seg við og til skreytklædna.
Sí, Harrin tømir jørðina og oyðir hana, broytir ásýnd hennara, og sundrar tey, sum á henni búgva. Tá skal gangast presti og fólki eins og húsbónda og træli hans; húsfrúgv eins og trælkonu; keypara eins og seljara; honum ið veitir lán eins og honum, ið tekur lán, og okrara eins og skuldara hans. Jørðin skal verða tømd og rænd, øll sum hon er, tí at Harrin hevur talað hetta orð. Jørðin fánar og fúnar, heimurin følnar og fúnar, jarðarinnar heyggjar følna. Jørðin er vanhalgað undir fótum teirra, ið á henni búgva; tí at lógir hava teir brotið, vanmett fyriskipanir og slitið hin æviga sáttmálan. Tessvegna oyðir illbiðing jørðina, og tey, sum á henni búgva, noyðast at bøta. Tessvegna farast íbúgvar jarðarinnar av hita, og fátt verður eftir av fólki. Vínberjaløgurin syrgir, vínviðurin følnar; nú stynja allir, sum áður vóru hjartansglaðir. Tagnað er glymskálanna gleðiljóð, hávi hinna glaðu lættir av, tagnaður er gleðirómur sittarans. Teir sita nú ikki og syngja við vínsteypið, beiskur kenst vínløgurin teimum, ið hann drekka. Sorlað liggur borgin og avoydd; hvørt hús er stongt, so ikki kemst inn. Á gøtunum er eymkan vegna víntrot; øll gleði er horvin, allur gleimur farin úr landinum. Oyðan eina er eftir í borgini og borgarliðið høgt í spønir. Tí at so skal verða á jørðini í miðjum tjóðunum, eins og tá ið oljuber verða niðurskakað, eins og tá ið vínberjahenting fer fram. Tá hevja tey fagnaðarljóð og fegnast yvir hátign Harrans og rópa úr vestri: «Ærið tit tessvegna Harran um eysturleiðir, navn Harrans, Ísraels Guðs, á havsins strondum!» Uttast av jørðini hoyrdu vit lovsong: «Sælur er nú hin rættvísi!» Tá segði eg: «Á, eg eymi! Á, eg eymi! Vei mær!» Nú ræna ránsmenn! Ja, rán ræna ránsmenn! Ræðsla, grøv og snerra komi yvir teg, sum á jørðini býrt, og tann, sum flýggjar undan ræðsluni, skal falla í gryvjuna, og tann, sum sleppur sær upp úr gryvjuni, skal verða fastur í snerruni. Tí at himinsins lúkur verða latnar upp, og jarðarinnar grundir skakast. Jørðin brestur og klovnar, jørðin sorlast og sorast, jørðin skelvur og skakast. Ja, jørðin sløðrar, eins og fullur maður vinglar higar og hagar, eins og vøkuskýli; tungt liggur á henni misbrot hennara, hon er fallin og sleppur ikki aftur á føtur. Og á tí degi heimsøkir Harrin her himinsins á himnum og kongar jarðarinnar á foldum. Fjøtraðir verða teir tveittir í gryvjuna, sum fangar stongdir í myrkustovu og fáa revsing, tá ið long tíð er liðin. Tá man mánin verða hámur, og sólin verða smoykin, tí at Harri herliðanna sessast sum kongur á Zions fjalli í Jerúsalem; og fyri ásjón elstu hans skal dýrd ljóma.
Á tí degi verður hesin songur sungin í Júdalandi: Vær eigum sterka borg; frelsu sína gjørdi hann at múrum og varnarvirki. Latið liðini upp fyri rættvísum fólki, sum varðir um trúnað. Lyndi tess er støðugt og stundar á frið, tí á teg tey líta. Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. Hann eyðmýkir tey, sum hátt búgva; hina háreistu borg hann rindar til jarðar og leggur í dustið. Føtur hinna vesælu og fet hinna fátæku traðka hana sundur. Vegur hins rættvísa er slættur; tú slættar gøtur hjá hinum rættláta. Ja, á vegi dóma tína vænta vit teg, Harri; á navn títt og giti stundar sál okkara. Sál mín tráar um nætur eftir tær; í lýsingini stundar mín andi á teg, tá ið dómar tínir birtast á jørð, tá læra jarðarríkis íbúgvar rættlæti. Men verða órættvísir náðaðir, nema teir ikki rættvísi; í rættlætis landi fremja teir órætt og síggja ikki hátign Harrans. Harri, hond tín er á lofti; men teir geva tí als ongar gætur; lat teir við skomm skoða vandlæti títt fyri fólkinum; ja, eldur fígginda tína skal teir oyða. Harri, veit nú okkum frið, tú hevur jú latið okkum bøta fyri allar gerðir okkara! Harri, vár Guð, aðrir harrar enn tú hava okkum valdað; men eina títt navn ákalla vit. Deyðir livna ikki, deydningar rísa ikki upp; tí at tú hevur heimsøkt og oytt teir og strikað út øll minni um teir. Tú hevur fjølgað fólkið, Harri; tú hevur fjølgað fólkið og gjørt teg dýrmætan; tú hevur víðkað um øll landsins mark. Vit rópaðu í neyðini, tá ið tú agaði okkum, og venaðu okkum undan revsing tíni. Eins og hin burðarbúna, ið búgvin er at hvíla, hevur verkir og venar seg í barnferð, soleiðis, Harri, eru vit vorðin fyri ásjón tíni. Vit eru burðarbúnir og hava verkir, men tað er, sum føða vit vind; vit frelsa ikki landið, og eingir heimsbúgvar føðast. Tíni deyðu skulu livna og likam teirra rísa upp; tey, sum liggja í moldini vakna og hevja fagnaðarljóð; tí at døgg tín er døgg ljósins, og jørðin skal bera deydningarnar í heim. Gakk tú, fólk mítt, inn í herbergi títt og loka aftur eftir teg dyrnar; krógva teg skamma stund, til vreiðin er avrunnin; tí at nú fer Harrin út úr bústaði sínum at revsa misgerðir teirra, sum á jørðini búgva. Og jørðin skal lata tað blóð, sum á henni varð úthelt, koma upp aftur, og hon skal ikki meira hylja tey, sum á henni vórðu dripin.
Á tí degi skal Harrin við sínum harða, veldiga og sterka svørði heimsøkja Livjatan, hin flogskjóta dreka, Livjatan, hin buktaða dreka, og bana sjóvarskrímslinum. Á tí degi skulu tit syngja um yndisligan víngarð. Eg, Harrin, varði hann og vatni hann hvørja stund; eg varði hann bæði nátt og dag, so at eingin legst á hann. Vreiðin er av mær runnin; hvat leggi eg í tornir og tistlar? Eg ráðist á teir og brenni teir upp allar samlar, uttan so er, at teir leita sær høli hjá mær og binda frið við meg, ja, binda frið við meg. Á tí degi skal Jákup festa røtur, og Ísrael grønka og blóma og fylla jarðarríkið við ávøksti. Hevur hann sligið fólkið í sama mun, sum teir eru slignir, ið slógu tað? Ella hevur tað verið myrt, eins og banamenn teirra eru myrdir? Við at reka og koyra tað frá sær, framdi hann sakarmálið móti tí; í hini eystanódnini rak hann tað burtur við sínum hvassa vindi. Og so skal tessvegna misgerð Jákups verða útstrikað, og hetta skal verða úrslitið av, at synd hans verður burturtikin, at hann letur allar altarsteinar verða sum molnaðar kálksteinar, so at eingir Ásjerustólpar ella sólsúlur reisast aftur. Tí at oydd er hin víggirda borgin, mannoydd og vorðin at oyðimørk; har ganga ungneyt á beiti, liggja har á bóli og eta gróðurkvistar. Tá ið greinarnar eru turrar, koma konur og bróta tær av og kveikja eld við teimum. Tí at tað er eitt óhyggið fólk; tí kann skapari tess ikki vera tí miskunnsamur, og hann sum myndaði tað, kann ikki vera tí náðigur. Men á tí degi man Harrin sláa niður aldin frá Eufrats streymi og alt at Egyptalands á; og ein og ein skulu tit, Ísraels børn, verða samanhentað. Á tí degi skal verða blást í miklan lúður; og teir, ið fórust í Assurlandi, og teir, ið sundraðust í Egyptalandi, skulu koma aftur og tilbiðja Harran á halgidómsins fjalli í Jerúsalem.
Vei hinum uppskrýdda kransi hjá teimum druknu í Efraim; teirra glæsiliga skreyt er einans følnandi blómur á heyggjum í hinum gróðurmikla dali, har víndruknir hølast. Sí, sterkan og veldigan kappa hevur Harrin til reiðar, sum heglingsæl í skaðaveðri, sum dynjandi skúrur av skolandi vøtnum, soleiðis leggur hann alt til jarðar við veldi. Undir fótum skal hann verða traðkaður, hin uppskrýddi kransur hjá Efraims druknu, og alt hans følnaða blómuskrýdda skreyt á heygnum í hinum gróðurmikla dali. Og tað skal verða við honum sum við fikuni, sum búnast, áður enn summarið er komið: Tann, ið sær hana, slítur hana av og gloypir henni, fyrsta hann fær hana í hondina. Á tí degi skal Harri herliðanna verða teimum, ið eftir eru av fólki hans, ein prýðiligur kransur og glæsilig krúna, ein rættlætis andi hjá teimum, ið sita í dómarasæti, og hetjumáttur hjá teimum, ið reka fíggindan út um borgarliðið. Men eisini her ganga menn í ørviti av vínløgi, vitleysir av víni; prestur og profetur druknir vingla, vingla av sterkum drykki; teir sløðra av vínløgi. Í ørviti síggja teir sjónir sínar; í rættinum snáva teir á. Hvørt borð er fult av spýggju, hvør blettur meiggjaður til. «Hvørjum vil hann kenna fróðskap, hvønn vil hann frøða um sjónir sínar? Teimum, ið nýliga eru vandir frá mjólk og tiknir av brósti?» Tí: «Sau lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau, eitt sindur her, eitt sindur har.» Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum máli skal hann tala við hetta fólk, hann, sum segði við tey: «Her er hvíld at fáa, unnið tí hinum útmødda hvíld; her er hvíldarstaður tykkara.» Men tey vildu ikki hoyra. Tí man orð Harrans fara at ljóða í oyrum teirra sum: «Sau lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau; eitt sindur her, eitt sindur har,» so at teir fara eftir nakkanum og meiðsla seg, koma fastir í hjálman og verða fangaðir. Hoyrið tí orð Harrans, tit speisku menn, ið stjórna fólki mínum her í Jerúsalem. Av tí at tit siga: «Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við Hel, ikki skal hin dynjandi koyril koma til okkara; tí at av lygnum hava vit laðað okkum skýli, krógvað okkum í svikanna høli.» Tí sigur Harrin, drottin, so: Sí, eg leggi álítandi grundarstein í Zion, dýrmætan óvikandi hornstein; sá, sum trýr, hevur ongan skund. Eg lati rætt vera mátingarband og rættvísi vigingarlodd. Lygihølið skal heglingur sorla, og skýlið skulu áarstreymar skola burtur. Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða slitin, semingur tykkara við Hel skal gleppa; tá ið hin dynjandi koyril fer fram, skal hann leggja tykkum til jarðar. Tykkum skal hann raka, hvørja ferð hann fer fram; tí at á hvørjum morgni fer hann fram, ja, nátt sum dag; einans ræðsla stendst tá av at skilja tey hoyrdu orð. Tí at legan skal vera ov stutt at rembast í og áklæðið ov smalt at hylja seg við. Tí at eins og á Perazims fjalli skal Harrin rísa og reiðast sum í Gibeons dali til tess at inna verk sítt, hitt undursama verk sítt, og fremja starv sítt, hitt sjáldsýnda starv sítt. Lættið nú av spottan, so at bondini ikki fara at rubba tykkum; tí at frá Harranum, drotni herliðanna, hoyrdi eg, at landið alt er vísari avoyðing ætlað. Lýðið á og hoyrið mína rødd; gevið gætur og hoyrið míni orð. Man plógmaðurin uttan íhald pløga, saksa og mylda jørð sína til sáðingar? Man hann ikki, tá ið moldin er slættað, sáa karva og somuleiðis kumman, leggja hveiti, hirsu og bygg á tí tilskilaða staði og spelt í útjaðaran? Guð hansara kennir honum rætta atferð og leiðbeinir hann. Tí at við treskisleðu verður karvi ikki tresktur og vagnhjól ikki koyrt gjøgnum kumman; nei, við stavi og lurki verða karvi og kumman treskt. Korn verður ikki sundurmorlað, ikki treskt uttan íhald; treskisleður og ross treskja tað, men morla tað ikki sundur. Eisini hetta kemur frá Harra herliðanna. Undursom eru ráð hans og mikil vísdómur hans.
Vei tær, Áriel, Áriel, borgin, har Dávid setti herbúðir sínar, leggið tit bert ár at ári og latið hátíðirnar fara sín kring. Eg skal treingja at Áriel, og tá skal vera sorg og sút; tá skalt tú av sonnum vera mær sum Áriel. Herbúðir eg seti móti tær eins og Dávid, lati varðmenn umringa teg og reisi hervirki móti tær. Tá talar tú lágmælt upp úr jørðini, úr dustinum ljóða tíni orð; rødd tín skal vera sum dreygsrødd úr jørðini, tala tín sum tutl upp úr dustinum. Fíggindar tínir skulu verða sum moldrok og mongdin av yvirgangskroppum sum fúkandi dumba. Og tá skalt tú brádliga alt í einum verða heimsøkt av Harra herliðanna við toruslátti og dynjandi jarðskjálvta, við harðveðurs ódnum og oyðandi eldsloga. Men eins og við dreymi og náttarsjón skal tað verða við flokki alra tjóða teirra, sum herja á Áriel, og alra teirra, sum reisa hervirki móti henni og treingja hana. Eins og tá ið svangur droymir, at hann etur, men vaknar gorhungraður, og eins og tá ið tystur droymir, at hann drekkur, men vaknar maktaður og ørtystur, so skal verða við flokki alra tjóða teirra, sum herja á Zions fjall. Standið bilsnir og bínið, starið tykkum blindar! Verðið fullir, tó ikki av víni, sløðrið, tó ikki av rúsløgi! Tí at svøvnanda hevur Harrin úthelt yvir tykkum og blindað tykkara eygu, tit profetar, og hult tykkara høvur, tit síggjarar. Tí er hvør sjón vorðin tykkum eins og orðini í innsiglaðari bók. Verður hon fingin einumhvørjum, ið dugir at lesa, og sagt verður við hann: «Les hetta!» Tá sigur hann: «Eg kann ikki, tí at hon er innsiglað.» Og verður hon fingin einumhvørjum, ið dugir ikki at lesa, og sagt verður við hann: «Les hetta!» Tá sigur hann: «Eg dugi ikki at lesa.» Og Harrin segði: Av tí at hetta fólk nærkast mær einans við munninum og ærir meg við vørrunum, men letur hjartað vera langt burtur frá mær, av tí at gudsótti teirra einki er uttan boð, ið tey hava lært av monnum, sí, tessvegna fari eg framvegis at á undursaman og óvanligan hátt móti hesum fólki; vísdómur vísmanna tess skal verða fyri ongum og speki spekinganna svitast. Vei teimum, ið hulisliga dylja ráðagerðir sínar fyri Harranum, ið fremja verk síni í myrkri og siga: «Hvør sær okkum? Hvør veit av okkum?» Slík fákunna! Má leirið metast javnt við meistaran, so at smíðið kann siga um smiðin: «Hann hevur ikki gjørt meg;» ella myndin siga um myndaran: «Hann dugir einki.» Enn eina lítla stund og tá skal Libanon verða at aldingarði, og javnt við skógin skulu aldingarðar verða mettir. Á tí degi skulu deyv hoyra ritað orð, og út úr sortanum og myrkrinum skulu eygu hinna blindu síggja. Tá munnu hini eymu gleðast enn meira í Harranum, og hini fátækstu millum manna fegnast yvir Ísraels heilaga. Tí at horvnir eru valdsmenn, spottarar týndir og avoyddir allir, ið stunda á órætt, ið orðakringir sakfella hin sakleysa, seta hjálma fyri dómaran á tingi og fløkja málið hjá tí rættvísa. Tí sigur Harrin, sum loysti út Ábraham, soleiðis um Jákups hús: Jákup skal ikki meira verða til skammar, og andlit hans ikki blikna aftur, tí at tá ið hann sær míni handaverk í miðjum sær, tá man hann halga navn mítt og halga hin heilaga Jákups og óttast Ísraels Guð. Hinir ørvitigu skulu fáa vit, og hinir tvørlyndu taka við læru.
Vei hinum tvørsintu børnum, sigur Harrin, ið leggja saman ráð, sum koma ikki frá mær, og ganga í felag, uttan at andi mín er uppi í, til tess at leggja synd aftur at synd, sum uttan at spyrja mín munn gera ferð suður til Egyptalands til tess at leita sær vørn hjá Fárao og skjól í skugga Egyptalands. Men vørnin hjá Fárao skal verða tykkum til skammar og skjólið í skugga Egyptalands til skemdar. Tí tá ið høvdingar hansara standa í Zóan, og ørindrekarnir eru komnir fram til Hánes, hámast teir allir vegna fólkið, ið ikki kann hjálpa teimum, einki bata og onga nyttu gera, men einans elvir teimum háð og spott. Spádómur um «Suðurlandsins djór». Gjøgnum landið fult av neyð og vanda, har sum kvennljón og ljón og eiturormar og floygdir drekar hølast, flyta teir sín eyð á asnabaki og ognir sínar á kamelkúlu til ta tjóð, ið onga hjálp kann veita. Egyptalands hjálp er fáfongd og vindur, tessvegna nevni eg tað: «Skrólarin mikli, sum nú er teptur.» Far nú og rita tað á talvu, meðan teir eru hjá, og prenta tað í bók, so at tað í komandi døgum stendur sum vitnisburður allar ævir. Tí at treiskt er hetta fólk, lygivætti, børn, sum ikki vilja hoyra lóg Harrans, sum siga við síggjarar: «Síggið ongar sjónir!» og við hinar framskygdu: «Tit skulu ikki birta okkum sannleikan, men talið til okkara við fagurlátum, tølandi orðum. Farið út av vegnum, víkið frá breytini; latið okkum hava frið fyri Ísraels heilaga!» Tí sigur hin heilagi í Ísrael soleiðis: Av tí at tit havna hesum orði og troysta á krókut og kronglut og styðja tykkum við tí, tessvegna skal henda misgerð verða tykkum eins og sprunga, sum í háreistum borgargarði víðkast og veksur, til hann brádliga, alt í einum, raplar; hann smildrast eins og brotið leirker, ið eirindaleyst verður sorlað, so at av molunum fæst ikki leirbrot so frægt, at eldur kann takast av grúgvuni ella vatn verða oyst úr kelduni við tí. Tí at so sigur Harrin, drottin, Ísraels heilagi: Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera. Men tit vildu ikki, tit søgdu: «Nei, á hestum skulu vit toka fram!» – Ja, tit skulu sleppa at toka undan! «Á fljótum folum skulu vit ríða!» – Ja, fljótir skulu teir vera, ið tykkum elta. Fyri hóttan av einum manni skulu túsund flýggja; fyri fimm, ið hótta, skulu tit flýggja, hagar til teir, ið eftir eru av tykkum; standa sum vitastong á fjallatindi, sum hermerki uppi á hóli. Tessvegna stundar Harrin á at náða tykkum, og tessvegna vil hann rísa og várkunna tykkum, tí at Guð rættarins er Harrin; sælir allir, ið troysta á hann. Ja, tú fólk á Zion, tú sum býrt í Jerúsalem, grát ikki so sáran, vissuliga vil hann náða teg, tá ið tú rópar til hansara av neyð, og svara tær, so skjótt sum hann hoyrir teg. Enn skal Harrin geva tær neyðarbreyð og kvalardrykk, men síðan skal leiðbeinari tín ikki fjala seg longur, við egnum eygum skalt tú skoða hann. Og tá ið tú fert av leið til høgru ella vinstru, skalt tú hoyra tín leiðbeinara siga: «Her er leiðin, gangið hana.» Tá manst tú telja tínar silvurløgdu gudamyndir og tínar gullskrýddu stoyptu myndir óreinar; sum óreinsku skalt tú blaka tær burtur og siga: «Út hiðan við tykkum!» Og tá skal hann lata sáðið, sum tú sáar í jørðina, fáa regn, og kornið, sum jørðin ber, skal vera bæði væl matað og føðsluríkt; á tí degi skal tín fenaður ganga á víðum beitilendum. Oksarnir og asnarnir, ið strevað hava úti á bønum, skulu eta saltað fóðurbland, reinsað við tíningarskuvlu og varpkvísl. Av hvørjum høgum fjalli og hvørjum háreistum heyggi skulu løkir renna á hinum mikla mannafalsdegi, tá ið tornini rapla. Tá skal ljósið frá mánanum verða sum sólarljósið; og sólarljósið sjeyfaldast eins og sjey daga ljós – á tí degi tá ið Harrin bindur um og grøðir fólki sínum skeinurnar eftir tey høgg, tað hevur fingið. Sí, navn Harrans kemur úr fjarlegd, bræði hans brennur undir tungum skýggjum, frá vørrum hansara goysir vreiði, og tunga hans er sum oyðandi eldur, andablástur hans eins og fossandi á, ið tekur manni undir høku; hann man sálda heidningarnar í oyðingar sáldi og leggja í munnin á tjóðunum meil, sum skal føra tær av leið. Tá skulu tit syngja ljóð sum á nátt, tá ið hátíðin verður boðað, og verða hjartans glað, sum tá ið gingið verður við floytuspæli niðan á fjall Harrans, niðan á Ísraels klett. Tá skal Harrin lata ljóða sína tignarrødd og reiggja sínum armi til jarðar í brennandi bræði og oyðandi eldi, í glopraregni og dynjandi heglingsælum. Tí at Assur ræðist fyri rødd Harrans; hann fær høgg av sprota hans og verður revsaður, hvørja ferð Harrin reiggjar stavinum yvir hann. Meðan glymskálir og søltur gella, leggur Harrin móti honum bardagar, sum eru ein offurvígsla. Tí at longu er offurstaðurin tilbúgvin; er eisini hann gjørdur fyri Moloki? Djúpt og breitt er eldfangið við nógvum brenniviði á; Harrin kveikir tað við andablástri sínum eins og við streymi av brennisteini.
Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp, sum líta á vagnar, av tí at teir eru nógvir, og troysta á reiðmenn, tí at teir eru fjølmentir, men ikki fregnast eftir hinum heilaga í Ísrael og ikki søkja Harran! Men eisini hann er vísur, letur ógævuna koma og tekur ikki orð síni aftur; hann rísur upp ímóti ættarkyni illgerðarmanna og móti hjálparliði teirra, sum fremja órætt. Egyptar eru menn og ikki Guð, hestar teirra eru hold og ikki andi; tá ið Harrin rættir út hond sína, snávar hjálparin og tann, sum hjálpina hevur fingið, fellur, og allir farast teir hvør við øðrum. Tí at soleiðis segði Harrin við meg: Eins og kvennljón ella ungljón grenja yvir bráð síni og ikki óttast rópini av hirðum, ið flokkast ímóti teimum, og ikki verða skelkað av háva teirra, soleiðis skal Harrin stíga oman í bardaga uppi á Zions fjalli og hálandinum har. Eins og fuglur við útbreiddum veingjum, soleiðis skal Harri herliðanna vera varnarskjól fyri Jerúsalem; hann skal verja og frelsa, eira og bjarga. Snúgvið aftur til hansara tit Ísraels menn, sum so djúpt eru falnir, tí at á tí degi skal maður havna silvurgudum og gullgudum sínum, ið hendur tykkara hava gjørt til at synda við. Assur skal falla fyri svørði, men ikki mannasvørði; svørð skal verða honum at bana, men ikki mannasvørð; hann skal flýggja undan svørðseggjum, og unglingar hansara verða starvskyldigir. Fjall hansara flytur seg av ræðslu, høvdingar hansara rýma piprandi frá merkinum, sigur Harrin, hvørs bál er kveikt á Zion, og hvørs ovnur stendur í Jerúsalem.
Tá ið kongurin valdar við rættlæti, og høvdingarnir stjórna við rætti, tá verður hvør teirra sum lívd móti stormi og skjól móti regni, sum vatnsløkir í oyðimørk og skuggi av høgum hamri í vatnleysum landi. Tá skulu eygu hinna síggjandi ikki lokast aftur, og oyru hinna hoyrandi skulu lurta. Hjarta teirra gáloysnu skal nema vitsku og stamandi tunga tala orðaraðið og týðuliga. Tá skal dárin ikki verða kallaður menskur maður, og skálkurin ikki verða taldur hugprúður. Tí at einans dárskap talar dárin, og hjarta hansara upphugsar órætt til tess at fremja gudloysi og við orðum sínum villa fólk burtur frá Harranum; hann letur hin svanga doyggja í hungri og sýtir hinum tysta vatn. Skálkurin nýtir illgerðarvápn og er vándur í ráðum til tess at bana neyðarmanni við lygitalu, og tað hóast fátækur prógvar sín rætt. Men menskur maður er menskur í ráðum og stendur fast við tað, sum mansligt er. Upp, tit ekkaleysu konur, hoyrið talu mína, tit sorgleysu døtur, gevið orðum mínum ljóð! Eftir ár og dagar skulu tit, hinar ekkaleysu, nøtra, tí at vínberjainnheystingin svitast, og aldinskurður verður eingin. Ja, nøtrið, tit ekkaleysu, skelvið, tit sorgleysu, latið tykkum naknar og bindið spjarrar um lendar. Sláið tykkum fyri bringu og syrgið hin yndisliga bø og gróðursama vínvið, yvir fedranna jørð, avtakin við tornum og tistlum, ja, yvir øll gleðinnar hús í hini gleimmiklu borg. Tí at hallirnar smildrast, og hávin í borgini tagnar, Ófel og varðtornið verða helli, um aldur og ævir villasnum til fragdar og fylgjum til beitis – til útheltur verður yvir okkum andi frá tí høga. Tá verður oyðimørk at aldingarði og aldingarður í metum eins og summarskógur; í oyðimørkini skal rættvísi búgva og rættlæti dvølja í aldingarðinum; friður verður rættvísinnar verk og rættlætisins ávøkstur ró og trygd um ævir. Tá býr fólk mítt á friðarins fløtum í sorgleysum heimum og tryggum bústøðum. – Skógurin má lúta, og borgin verður slættað við jørðina –. Sæl eru tit, ið allar staðir sáa við vøtn og lata oksar og asnar ganga leysar og reika um.
Vei tær oyðari, sum sjálvur hevur ikki verið fyri oyðing, sum rænir og sjálvur hevur ikki verið rændur; tá ið tú hevur lokið oyðingini, verður tú sjálvur fyri oyðing; tá ið tú hevur lætt av at ræna, verður tú sjálvur rændur. Harri, ver okkum miskunnsamur, vit vóna á teg. Ver tú armur vár á hvørjum morgni og hjálp okkara á neyðarstund. Fyri torurøddini flýggja tjóðirnar, heidningarnir sundrast, tá ið tú rísur. Eins og ongsprettur flykkjast, verður herfongur savnaður, teir leggjast á hann, sum tá ið ongsprettur fylkjast. Ja, høgur er Harrin, á himni hann býr; hann fyllir Zion við rætti og rættferð. Tryggar tíðir skalt tú ljóta; ein eyður til sælu er vísdómur og vitska; ótti Harrans skal vera fólksins ogn. Sí, kapparnir rópa harúti, friðarins ørindrekar sáran gráta; vegirnir liggja oyddir, øll ferðsla er steðgað. Hann sleit sáttmálan, einkisvirdi borgir og hevði onga virðing fyri monnum. Landið følnar og fúnar, Libanon hámast og følnar. Sáron er vorðin at reyni, Básjan og Karmel missa leyvið. Nú vil eg rísa, sigur Harrin, nú hevji eg meg og sýni meg høgan. Tit eru við strá, og føða skulu tit hálm; andi tykkara er eldur, sum skal oyða tykkum sjálvar. Tjóðirnar skulu verða brendar at kálki, kolaðar upp í eldi sum avhøgdir tornir. Í fjarlegd skal spyrjast tað, sum eg geri, og teir, ið nærindis búgva, skulu sanna mátt mín. Á Zion skulu syndarar skelva og ræðsla koma á níðingar: «Hvør kann búgva við oyðandi eld og dvølja hjá tílíkum ævigum báli?» Tann, sum fer rættiliga, talar reinmeint og havnar falsfingnum vinningi, tann, sum ber seg undan at taka við mutri, byrgir oyruni fyri morðráðum og lokar eyguni fyri tí illa, uppi á hæddum skal tílíkur búgva, fjallavirki skulu líva honum, breyð skal hann ljóta og vatn honum ikki tvørra. Kongin í fagurleika sínum skulu eygu tíni skoða og líta út yvir rúmsátt land. Tú skalt minnast aftur á ræðsluna og hugsa: «Hvar er nú hann, ið taldi og vá? Hvar er nú hann, ið taldi tornini?» Hitt mikla fólkið sært tú ikki meira, fólkið við djúpum óskiljandi máli, við tungu, ið mælir høpisleys orð. Lít at Zion, samfundarstaði várum; lat eygu tíni horva at Jerúsalem, hinum trygga bústaði, tjaldinum, sum ikki er flutt; hælir tess eru ongantíð upptiknir, og tjaldbondini verða ikki slitin. Nei, har verður okkum til varnar hin máttugi Guð eins og breiðir fløðandi streymar, sum hvørki róðrarbátar ella tignarlig langskip kunnu koma yvirum. Tí at Harrin er dómari vár, Harrin er fyriskipari vár og kongur vár, sum veitir okkum frelsu. Lin hanga skipstog tíni, halda ikki siglutrænum uppi, tenja ikki seglið út; tá verður mikil herfongur skiftur, eisini haltir eru við til at ræna. Og eingin borgarbúgvi skal siga: «Eg eri ov sjúkur,» tí at fólkið har hevur fingið misgerðir sínar fyrigivnar.
Komið higar, tjóðir; gevið gætur, tit tjóðflokkar; jørðin lýði á og alt, sum á henni er, jarðarríkið og allir vøkstir tess! Tí at øllum heidningum er Harrin reiður og grammur øllum heri teirra; hann hevur vígt teir deyðanum og givið teir upp til sláturs. Hinir vignu teirra liggja og rekast, dampurin stendur av líkum teirra, og fjøllini flóta í blóði teirra. Allur himinsins herur ferst; eins og bók verður himinin rullaður saman; allur herur hansara følnar, eins og leyvið fellur av vínviði og følnað bløð av fikutræi. Tí at svørð mítt leikar ørt á himni. Sí, í Edóm slær tað niður til dóms yvir tjóð, sum eg havi deyðanum vígt. Alblóðugt er svørð Harrans, rýtt í mørum og blóði av lombum og havrum, í nýrumørum av veðrum, tí at Harrin heldur offurveitslu í Bozra og mikla slátran í Edóms landi. Villineyt hokna við gøðingarfenaði, ungneyt saman við tarvum; land teirra flýtur í blóði, og fiti av jørðini drýpur. Tí at nú er hevndardagur Harrans, endurgjaldsins ár til at fremja rættin hjá Zion. At biki skulu áir tess broytast og moldin at brennisteini; ja, landið skal verða at biki, ið brennur nátt sum dag, allar ævir skal roykur tess stíga upp, og í oyði skal tað liggja ætt eftir ætt, og eingin fara har um. Pelikánur og hegri skulu taka tað til ognar og ugla og ravnur búgva í tí; hann man fara um tað, við mátingarbandi oyðingar og tómleikans vigingarloddi. Har skulu skógarskrímslini hølast og tignarmenninir verða fyri ongum; eingir kongar verða kjósaðir har meira, og høvdingar tess koma burtur í einki. Í høllunum munnu tornir vaksa og notur og tistlar í vígvirkjunum; tað verður sjákálahøli og strutsfuglagerði. Har hittast urðarkettur og sjákálar, og skógarskrímslini halda har stevnu; ja, náttargrýlan skal støðast har og har hava hvíldarstað. Har skal støkkormurin byggja reiður, verpa, liggja á og klekja út ungar; gammar savnast har, og eingin teirra saknast. Leitið í bók Harrans og lesið: Einki av hesum skal vanta í og einki verða saknað, tí at muður Harrans hevur boðið, og andi hans hevur savnað tey saman. Hann hevur sjálvur kastað lut um tað fyri tey og við mátingarbandi skift tað sundur teirra millum; allar ævir skulu tey eiga tað og búgva í tí ættarlið eftir ættarlið.
Oyðimørkin og hitt turra landið skulu gleðast, reynið skal fegnast og blóma eins og lilja, ja, blóma fagurliga og fegnast við fagnaðarrómi. Libanons dýrd skal tað fáa og fagurleika Karmels og Sárons. Tey skulu fáa dýrd Harrans at sjá og fagurleika Guðs várs. Styrkið hinar máttleysu hendur og magnið tey knø, sum riða. Sigið við hini dirvislítlu: Verið hugreyst, óttist ikki! Síggið Guð tykkara! Nú kemur hevndin, endurgjald frá Guði: Hann kemur sjálvur at frelsa tykkum! Tá skulu eygu hinna blindu latast upp og oyru hinna deyvu opnast, haltir lætta sær á sum hjørtur, og málleys tunga lovsyngur. Tí at í oyðimørkini vatnslindir spretta og løkir í reynum. Sólbrendir oyðisandar skulu verða at vatnræsum og tystandi land at kelduvaði; í sjákálahølinum skal fenaður savnast, og har sum strutsarnir hølaðust áður, skulu sevvøkstir spretta. Har skal verða lagdur vegur; hann skal verða kallaður vegurin halgi; hann má eingin óreinur ganga; hann skal vera fyri fólk hans; fákunnir skulu ikki villast á honum. Har skal einki ljón vera og einki ránsdjór fara um; tey síggjast ikki har; á honum skulu hini endurloystu ganga; hini útloystu Harrans venda heim aftur; við fagnaði koma tey til Zion, krýnd við ævigari gleði; fagnaður og gleði teimum fylgja; burtur flýggja sorg og sút.
Á fjúrtanda ríkisári Hizkia kongs hendi tað, at Sankerib Assýriu kongur fór í herferð móti øllum víggirdum borgum í Júda og vann tær. Tá sendi Assýriu kongur Rabsjake við miklum herliði frá Lákisj til Jerúsalem á fund við Hizkia kong; hann steðgaði á við vatnstokkin úr ovaru tjørn við vegin út á Tóvaravøllin. Tá gingu teir út til hansara Eljakim Hilkiason hallarstjóri, Sjebna ritari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari. Og Rabsjake mælti til teirra: «So sigur hin mikli kongur, Assýriu kongur: Hvat er hetta treystið, ið tú lítur á? Tú manst halda, at ber orð guldu tað sama sum hyggjuráð og styrki í bardaga! Hvør er tað, sum tú troystar á, at tú hevur gjørt uppreist móti mær? Jú, tú troystar á Egyptaland, henda brákaða sevlegg, ið rennir seg inn í hondina á øllum, ið taka hann og styðja seg á hann. Slíkur er Fárao, Egyptalandskongur, teimum, ið á hann troysta. Og um tú sigur við meg: Á Harran, Guð váran, troysta vit! er tað tá ikki hann, hvørs offurheyggjar og altar Hizkia hevur avoytt, tá ið hann segði við Júda og Jerúsalem: Her í Jerúsalem, frammi fyri hesum altari skulu tit tilbiðja? Men kom nú og vedda við harra mín, Assýriu kongin: Eg skal fáa tær tvey túsund ross, um tú hevur nóg mikið av reiðmonnum til teirra. Hvussu manst tú tá fáa staðist móti hinum minsta av jøllum harra míns? Og tó troystar tú á vagnar og ross Egyptalands! Men mundi ikki Harrin sjálvur stuðlað mær til at herja á hetta land? Jú, víst segði drottin við meg: Far tú inn í hetta land og oyð tað!» Tá mæltu Eljakim, Sjebna og Jóa við Rabsjake: «Tala tú við trælir tínar á árameiskum, tí at vit skilja tað; men tala ikki við okkum á Júda tungu, so fólkið, ið gongur uppi á borgargarðinum, hoyrir.» Men Rabsjake svaraði teimum: «Hevur harri mín sent meg til tín og til harra tíns við hesum orðum? Man tað ikki heldur vera til teir menn, sum eru hjá tykkum uppi á borgargarðinum, og sum verða noyddir at eta sítt egna drit og drekka sítt egna land?» Síðan gekk Rabsjake fram og rópaði hart á júdeiskum máli og mælti: «Hoyrið tað, ið hin mikli kongur, Assýriu kongur, talar! So sigur kongurin: Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tí at hann er ikki mentur at frelsa tykkum. Og latið ikki Hizkia fáa tykkum til at troysta á Harran við at siga: Harrin man vissuliga frelsa okkum, á ongum sinni verður henda borg givin upp í hendur Assýriu kongs. Lurtið ikki eftir Hizkia, tí at so sigur Assýriu kongur: Gerið friðarsáttmála við meg og gevið tykkum undir meg, tá skal hvør tykkara sleppa at eta av sínum víntræi og sínum fikutræi og drekka vatn úr sínum brunni, til eg komi og flyti tykkum burtur í annað land, ið líkist tykkara, í land við korni og aldinløgi, í land við breyði og víngørðum. Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tá ið hann sigur: Harrin man frelsa okkum. Hevur nakar gudur hjá nakrari tjóð verið førur fyri at frelsa land sítt undan hendi Assýriu kongs? Hvar eru gudar Hámatsborgar og Arpadsborgar? Hvar eru gudar Sefarváims? Hava teir frelst Sámáriu undan mínum hondum? Hvør av gudunum í øllum hesum londum hevur nakrantíð frelst land sítt undan mínum valdi? Man tá Harrin vera førur fyri at frelsa Jerúsalem undan mínum hondum?» Men fólkið tagdi og ønti honum ikki aftur; tí at kongur hevði boðið teimum ikki at svara honum.
Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg sekki og gekk inn í hús Harrans. Og hann sendi teir Eljakim hallarstjóra og Sjebna ritara og teir elstu av prestunum klæddar í sekki til Jesaja profets Ámozsonar til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við neyðum, revsing og háðing, tí at barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er til at føða. Kundi borið á, at Harrin Guð tín hoyrir tað, sum Rabsjake sigur, ið sendur er av Assýriu kongi, harra sínum, til at spotta hin livandi Guð, og kundi borið á, at hann revsar hann fyri tey orð, ið Harrin Guð tín hevur hoyrt. Gakk tí í forbøn fyri ta leivd, sum enn er eftir.» Men tá ið tænarar Hizkia kongs komu til Jesaja, segði hann við teir: «Sigið við harra tykkara: So sigur Harrin: Óttist ikki tey háðarorð, ið sveinar Assýriu kongs háða meg við, tí at eg gevi honum slíkan anda, at hann spyr tíðindi, vendir um og fer heim aftur í land sítt; har skal eg lata hann falla fyri svørði í sínum egna landi. Síðan snúðist Rabsjake aftur og hitti Assýriu kong, ið tá tókst við at kringseta Libna; tí at hann hevði frætt, at hann var farin úr Lákisj. Har fekk hann fregn um, at Tirhaka kongur á Blálandi var farin avstað til at herja á hann; tá sendi hann aftur ørindrekar til Hizkia og segði við teir: «So skulu tit siga við Hizkia Júda kong: Lat ikki Guð tín, sum tú troystar á, tøla teg at trúgva: Jerúsalem verður ikki givin upp í hendur Assýriu kongs. Tú hevur jú hoyrt, hvussu Assýriu kongar hava farið við øllum londum, hvussu teir hava avoytt tey. Og skuldi tú tá sloppið undan? Vóru tær tjóðir, ið forfedrar mínir týndu, Gózan, Káran, Rezef og Edensmenn í Telassar, bjargaðar av gudum sínum? Hvar er nú kongurin í Hámat og kongurin í Arpad ella kongurin í Sefarváimborg, Hena og Ivva?» Tá ið Hizkia hevði tikið við brævinum av ørindrekunum og lisið tað, gekk hann niðan í hús Harrans og legði tað opið fyri ásjón Harrans. Tá bað Hizkia til Harrans og mælti: «Harri herliðanna, Ísraels Guð, ið situr uppi yvir kerúbum, tú eina ert Guð yvir øllum kongaríkjum á fold, tú hevur skapað himin og jørð. Legg nú, Harri, oyra títt við og lýð á; lat upp, Harri, eygu tíni og lít at! Hoyr orð Sankeribs, ið hann hevur sent higar til tess at háða hin livandi Guð. Satt er tað, at Assýriu kongar hava avoytt allar tjóðir og land teirra og varpað gudum teirra í eldin, men teir eru jú ikki gudar, teir eru verk av mannahondum, stokkar og steinar; tí fingu teir týnt teimum. Men frels okkum nú, Harri, Guð vár, av hendi hans, til tess at øll kongaríki á fold mega sanna, at tú, Harri, einsamallur ert Guð.» Tá sendi Jesaja Ámozson hesi boð til Hizkia og læt siga honum: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tú hevur biðið meg um hjálp móti Sankerib Assýriu kongi, og eg havi bønhoyrt teg.» Hetta er tað orðið, sum Harrin hevur talað um hann: Moyggin, Zions dóttir, háðar og spottar teg, dóttir Jorsalaborgar ristir høvur eftir tær. Hvønn hevur tú háðað og spottað? Móti hvørjum hevur tú mælt og hámikil hevjað tíni eygu? Móti hinum heilaga í Ísrael. Við tænarum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: «Við míni fjøld av hervagnum fór eg niðan á hæddir fjallanna, dygst niðan á Libanons fjall; tess hávaksnu sedristrø høgdi eg niður og tess frálíka syprisvið. Eg breytst niðan á ovastu hæddir tess, har ið aldinskógurin var tættastur. Eg gróv mær brunn á fremmandum staði og drakk; turrskøddur fór eg um allar áir Egyptalands.» Hevur tú ikki frætt tað? Longu í forðum fekk eg tað í lag, í fyrndartíð skipaði eg tað. Og nú lati eg tað koma fram, svá at tú mátti sorla víggirdar borgir og gera tær at oydnum grótrúgvum. Men íbúgvar teirra sótu máttleysir, ræddir og skemdir, vórðu eins og grasið á bønum og grønkandi nálir, eins og gras á tekju og akur í eystanvindi. Eg síggi teg, tá ið tú stendur og situr, tá ið tú fert og kemur; stórlæti títt er mær kunnugt; men vegna stórlæti títt og dramb, ið mær er komið fyri oyra, vil eg krøkja ring mín í nasar tínar og leggja boygsl mítt í munn tín og føra teg eftir sama vegi, sum tú komst. Og hetta skal vera tær tekinið: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta. Og tað, ið undan hevur komist av Júdaætt, skal festa røtur í neðra og bera ávøkst í erva. Tí at úr Jerúsalem skulu leivdir ganga út og teir, ið undan komast frá Zions fjalli; vandlæti Harrans man útinna hetta. Tí sigur Harrin so um Assýriu kong: «Ikki skal hann koma inn í hesa borg, onga ørv skjóta inn í hana, ongan herskjøldur bera móti henni og ongan virkisgarð laða upp móti henni. Hann skal fara avstað aftur sama dag, sum hann kom; inn í hesa borg skal hann ikki koma,» sigur Harrin. «Eg vil verja hesa borg og frelsa hana vegna mín og vegna Dávids, tænara míns.» Tá fór eingil Harrans út og jarðlegði eitt hundrað og áttati og fimm túsund mans í herbúðum Assýriu kongs; og sí, morgunin eftir, tá ið teir komu upp, sóu teir øll líkini liggja har. Tá fór Sankerib avstað, helt ferð síni heim aftur og sat síðan kvirrur í Nineve. Men eitt sinn, meðan hann hevði bønarhald í hovi Nisroks, guds síns, komu teir Ádrammelek og Sárezer, synir hans, og vógu hann við svørði; síðan flýddu teir til Áraratslands. Og Ásarhaddon sonur hans tók ríki eftir hann.
Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur, Tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: «So hevur Harrin sagt: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.» Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harrans: «Á, Harri, minst til, hvussu eg havi gingið fyri ásjón tíni í trúfesti og av heilum huga og gjørt tað, sum gott var í tínum eygum!» Og Hizkia græt sáran. Tá kom orð Harrans til Jesaja soljóðandi: «Far og sig við Hizkia: So sigur Harrin, Guð Dávids forfaðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína og sæð tár tíni; sí, eg vil leggja fimtan ár aftur at aldri tínum; og eg skal frelsa teg og hesa borg undan valdi Assýriu kongs; og eg skal vera verndin hjá hesi borg. Og hetta skalt tú hava til merkis av Harranum, at Harrin man fremja tað, sum hann hevur heitt: Sí, eg vil føra stigskuggan, sum á sóluri Ákazar hevur dalað við sólini, tíggju stig aftur. Og soleiðis førdist sólin tey tíggju stigini aftur, sum hon hevði dalað á sólurinum.» Sálmur eftir Hizkia Júdakong, tá ið hann hevði verið sjúkur, men var vorðin heilur aftur av sjúkuni: Eg segði: Á hádegi lívs míns eg ljóti at ganga inn um heljarlið, verða rændur tí, sum eftir er av ævi míni. Eg segði: Eg fái ikki at síggja Harran aftur í landi hinna livandi, síggi í tagnarheiminum ongar menn meira. Bústaður mín er niðurrivin, førdur frá mær eins og tjald hirðans. Eins og vevari vindur tú lív mítt upp, sker tað frá avsetunum; áður enn nátt fylgir degi, letur tú meg doyggja. Alt til morguns eg rópi um hjálp; eins og ljónið tú mylur sundur øll bein í mær; áður enn nátt fylgir degi, letur tú meg doyggja. Eg eymki meg sum svala, sum kurrandi dúgva, líti við tárum upp móti himni: Harri, eg eri í neyðum, gakk í ábyrgd fyri meg. Hvat skal eg siga? Hann hevur sagt mær tað og sjálvur framt tað. Í eyðmýkt vil eg ganga alla ævi mína vegna sálarkvøl mína. Harri, tað skal verða boðað fyri øllum komandi ættum. Lívga anda mín, grøð meg og ger meg heilan. Sí, beiskleikin varð mær at friði. Og tú bjargaði sál míni frá grøv oyðingarinnar. Tí at tú varpaði øllum syndum mínum aftur um bak. Tí at helheimur takkar tær ikki, deyðin lovar tær ikki; teir, sum í grøvina eru farnir, vóna ikki á trúfesti tína. Men hann, ið livir, hann, ið livir, lovar tær eins og eg í dag, fedrar kunngera børnum sínum trúfesti tína. Harri, frels oss; tá munnu vit sláa hørpuna allar ævidagar várar í húsi Harrans. Og Jesaja beyð at taka fikudeiggj og leggja á kýlið, og tá batnaði hann. Men Hizkia segði: «Hvat skal eg hava sum tekin um, at eg má aftur ganga niðan í hús Harrans?»
Um tað mundið sendi Merodak Báladan Báladansson, kongur í Bábel, bræv og gávu til Hizkia, tí at hann hevði hoyrt, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin heilur aftur. Hizkia fagnaði teimum væl og sýndi teimum alla fægoymslu sína, silvurið og gullið, roykilsisurtirnar og ta fínu oljuna, vápnabúr sítt og alt, sum fanst í fægoymslum hans. Eingin lutur var í húsi Hizkia og í øllum kongaríki hans, sum hann ikki sýndi teimum. Tá kom Jesaja profetur til Hizkia kongs og mælti við hann: «Hvat søgdu hesir menn, og hvaðan komu teir til tín?» Hizkia svaraði: «Úr fjarløgdum landi komu teir, úr Bábel.» Tá spurdi hann: «Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?» Hizkia svaraði: «Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð, eingin lutur er í fægoymslum mínum, sum eg ikki havi sýnt teimum.» Tá mælti Jesaja við Hizkia: «Hoyr orð Harra herliðanna: Sí, teir dagar koma, tá ið alt tað, sum er í húsi tínum, og sum fedrar tínir hava drigið saman alt fram at hesum degi, verður flutt til Bábel; einki skal verða eftir, sigur Harrin. Og nakrir av monnum tínum, sum koma av tær, og sum tú hevur gitið, skulu tiknir verða og gjørdir at hirðmonnum í kongshøllini í Bábel!» Men Hizkia segði við Jesaja: «Gott man orðið frá Harranum vera.» Tí at hann hugsaði: «So verður tó friður og trygd, so leingi sum eg livi.»
Lýðið á meg í kvirru, tit oyggjaskeggjar; bíðið, tit tjóðir, eftir mínum dómi; komið og flytið tykkara mál; saman vit skulu ganga fyri rættin. Hvør vakti upp úr eystri mannin hin sigursæla, læt tjóðir fyri honum lúta og kongar falla honum til kníggja, so at hann syndrar svørð teirra sum sandskorn og boga teirra sum fúkandi fon, eltir teir og heldur óskalaður fram á vegi, har fótur hans ongantíð áður hevur stigið? Hvør hevur gjørt og virkað hetta? Hann, sum frá fyrndini kallar ættarliðini fram, eg, Harrin, hin fyrsti, og hjá hinum síðsta enn hin sami. Oyggjatjóðirnar sóu tað við ótta, ræðsla kom á ta víðu jørð; tey tyrptust og komu; hvør hjálpir øðrum og sigur við felaga sín: «Ver hugreystur!» Træsmiðurin dirvir gullsmiðin og koparsmiðurin jarnsmiðin; hann sigur: «Loddingin er góð.» Síðan festir hann gudamyndina við nøglum, so at hon ikki vikast. Men tú, Ísrael, tænari mín, Jákup, sum eg havi útvalt, tú, sum komin ert av Ábrahami, vini mínum, og sum eg havi tikið frá endamarkum jarðar og kallað frá ytstu væðing hennara og sagt við teg: «Tú ert tænari mín, eg havi útvalt teg og ikki sagt teg burtur,» óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg. Sí, til skammar og skemdar verða allir, ið eru tær grammir, til einkis og oyddir verða teir, ið hava trætumál við teg. Hóast tú leitar eftir teimum, ið stríddust ímóti tær, skalt tú ikki finna teir, hvørva og verða til einkis skulu teir, ið herja á teg; tí at eg, Harrin Guð tín, haldi teg í høgru hondina og sigi við teg: Óttast ikki, eg hjálpi tær. Óttast ikki Jákup, tín ormur, og Ísrael, tín maðkur, eg hjálpti tær, sigur Harrin; loysnari tín er Ísraels heilagi. Sí, eg geri teg at treskisleðu, nýggj og alsett við tindum; tú skalt treskja fjøll í sor og sundra heyggjar sum sáðir. Tú skalt foykja tey burtur, og vindur og stormur taka og spjaða tey víðan. Men tú skalt fegnast í Harranum og rósa tær av hinum heilaga í Ísrael. Hini eymu og fátæku leita eftir vatni og finna einki, tunga teirra brennur av tosta; men eg vil bønhoyra tey, Ísraels Guð vil ikki siga tey burtur. Á gróðurleysum heyggjum lati eg løkir spretta og vatnslindir í miðjum dølum; oyðimørkina geri eg at tjørnum og turrlendi at vatnræsum. Í oyðimørkini lati eg grógva sedristrø, ákásiutrø, myrtutrø og oljutrø og seti niður í reyninum syprisvið, alm og granntrø, so at tey síggja og vita av og geva tí geym og skyna á, at tað er hond Harrans, ið hevur gjørt hetta, at hin heilagi í Ísrael hevur skapað tað. Leggið nú fram málevni tykkara, sigur Harrin, og komið við sannan tykkara, sigur Jákups kongur. Komi teir nú og kunngeri okkum tað, sum henda skal; sigi teir okkum frá tí, sum teir áður hava spáað, at vit megu hugleiða tað og síggja, hvussu tað hevur sannast; ella boði teir okkum frá tí, sum koma skal. Gerið kunnugt tað, sum eftir hetta fer at henda, so at vit mega síggja, at tit eru gudar; gerið tó okkurt, annaðhvørt ilt ella gott, so at vit fáa roynt okkum hvør við annan, og sjón verður fyri søgn. Sí, tit eru einki, og verk tykkara fáfongd, andstyggiligur hvør ein, ið tykkum kjósar. Eg vakti hann upp úr norðuri, kallaði á hann og læt hann koma frá sólarrisi; hann treður á høvdingar eins og móru, eins og leirkerasmiðurin traðkar leirið. Hvør hevur kunngjørt hetta fyrst, so at vit vita tað, ella frammanundan, so at vit kundu siga: «Hann hevði rætt!» Nei, eingin hevur kunngjørt tað, eingin boðað frá tí, eingin hoyrt tykkum mæla orðum um tað. Eg eri hin fyrsti, sum havi kunngjørt tað fyri Zion og borið Jerúsalem gleðitíðindi. Eg líti meg um, men har er eingin, eingin teirra, sum veit nøkur ráð og kann svara spurningi mínum. Sí, teir eru allir svik, og verk teirra fáfongd; vindur og tómleiki eru gudamyndir teirra.
Sí tænari mín, sum eg styði, útvaldi mín, sum sál mín hevur tokka til; eg lati anda mín koma yvir hann, hann skal boða fólkunum rætt. Ikki skal hann rópa og ikki lyfta upp reyst síni og ikki lata mál sítt hoyra á gøtunum. Rørið, ið brákað er, skal hann ikki bróta, rakið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja. Við trúfesti ber hann rættin út. Ikki hann maktast, ikki hann gevst, til hann fær skipað rættin á jørðini, og eftir lóg hans bíða oyggjar. Soleiðis talar Guð Harrin, tann ið skapaði himinin og tandi hann út, tann ið breiddi út jørðina við øllum tí, sum á henni veksur, tann sum andadrátt gav fólkinum á henni og anda teimum, sum á henni ganga: Eg, Harrin, havi kallað teg í rættvísi; eg skal halda teg í hondina, og eg skal varðveita teg og gera teg til sáttmála fyri fólkið og til ljós fyri heidningarnar, til at lata upp eyguni á blindum, til at leiða út úr varðhaldi tey, ið bundin eru, og úr fangahúsi tey, sum í myrkri sita. Eg eri Harrin, tað er navn mítt, og ongum øðrum gevi eg dýrd mína og ikki úthøgdum bílætum lov mítt. Sí, hinir fyrru lutirnir eru komnir, og eg kunngeri nýggjar; áðrenn teir berast til, boði eg tykkum frá teimum. Syngið Harranum nýggjan song, lov hans um alla verøld, tit, ið ferðast um havið og alt, sum í tí er, tit fjarløgdu strendur og øll, ið har búgva! Oyðimørkin og bygdirnar har skulu hevja upp røddina, torparnir, har sum Kedar býr, fjallabúgvar skulu fegnast, rópa oman av hægstu tindum. Harran skulu tey tigna og boða lov hans á fjarløgdum strondum. Harrin gongur fram eins og kappi, sum hermaður eggjar hann sín hetjumátt, hevjar herróp, ja, ýlir og býður fíggindum sínum av. Langar tíðir havi eg tagt, verið kvirrur og hildið mær; men nú vil eg stynja sum kona í barnferð, stuna og tiva hvørt um annað. Eg leggi fjøll og heyggjar í oyði og svíði av alt grønt, sum har grør, løkirnar lati eg verða at reyni og turki tjarnirnar upp. Síðan leiði eg blind á ókunnugum vegi og føri tey á gøtum, tey ikki kenna; myrkrið framman fyri teimum geri eg til ljós og brekkurnar at slættum fløtum; hetta er tað verk, sum eg vil inna og ikki víkja frá. Víkja undan og verða herviliga til skammar skulu teir, ið líta á skurðgudar, siga við stoyptar myndir: «Tit eru gudar okkara.» Hoyrið nú, tit deyvu, lítið upp og síggið, tit blindu. Hvør er blindur sum tænari mín og deyvur sum ørindreki mín? Hvør er blindur sum trúnaðarmaðurin, sum tænari Harrans? Mangt hevur hann sæð, men ikki givið tí gætur; hann hevur opin oyru, men hevur tó einki hoyrt. Men fyri sakir rættvísi sínar vildi Harrin dýrmeta lógina og gera hana mikla. Men fólkið sjálvt er herjað og rænt, øll í hellum fjøtrað, byrgd inni í fangahúsum, vorðin at herfongi, og eingin er, sum bjargar, at ráni, og eingin sigur: «Latið tey leys!» Hvør tykkara vil lýða á hetta, geva tí gætur og hoyra tað aftur og aftur: Hvør hevur latið Jákup verða rændan og fingið Ísrael undir ránsmannavald? Er tað ikki Harrin, sum vit hava syndað ímóti? Vegir hansara vildu tey ikki ganga og ikki lýða lóg hans! Hann læt koma yvir hann sína brennandi vreiði og herviliga orrustu; hon logaði kring hann, men hann skoytti tí ikki, hon brendi hann, men hann gav tað ikki í geyma.
Men so sigur nú Harrin, ið skapaði teg, Jákup, og myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín. Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær. Tí at eg, Harrin, eri Guð tín, hin heilagi í Ísrael, frelsari tín; eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg og lati Bláland og Seba í tín stað. Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur, gevi eg menn í endurgjald fyri teg og lati tjóðir bøta fyri lív títt. Óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg komi við ætt tíni úr eystri og savni teg saman úr vestri, sigi við norðurheimin: «Gev frá tær!» og við suðurheimin: «Halt teimum ikki aftur. Flyt synir mínar úr fjarlegdini og døtur mínar frá heimsins endum hvønn tann, sum við navni mínum er nevndur, og eg havi skapað mær til dýrdar, hvønn tann, sum eg havi myndað og gjørt.» Leiðið fram hitt blinda fólkið, sum hevur eygu, hini deyvu, sum kortini hava oyru. Latið allar heidningarnar koma til fundar og tjóðirnar savnast saman. Hvør av teimum kann kunngera tílíkt ella sanna fyri okkum, at spádómar teirra eru útgingnir? Komi teir fram við vitnum sínum og lati mál sítt sannast, at menn mega siga, tá ið teir hoyra tað: «Tað er satt!» Men tit eru vitni míni, sigur Harrin, tænari mín, sum eg havi útvalt, at tit skulu vita tað og trúgva á meg og skilja, at tað er eina eg; undan mær er eingin gud vorðin til, og eftir meg kemur eingin; eg, eina eg, eri Harrin, uttan meg er eingin frelsari til. Tað var eg, sum boðaði frá og hjálpti, eg, sum kunngjørdi tað, og eingin fremmandur tykkara millum, tit eru vitni míni, sigur Harrin. Eg eri Guð frá upphavi og verði tað allar tíðir; eingin frelsir úr mínum hondum, og hvør kann gera verk mítt ógjørt? So sigur Harrin, loysnari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Tykkara vegna geri eg sendiferð til Bábel og loysi teir allar út úr fangahúsi, men leggi Kaldear í fjøtur. Eg, Harrin, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels og kongur tykkara. So sigur Harrin, hann sum legði veg gjøgnum havið, gøtu gjøgnum stríðar streymar, og leiddi út hagar vagnar og hestar, her og herhøvdingar; níga teir máttu, risu ei aftur, kódnaðu, sloknaðu sum rak: Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn. Villdjórini, sjákálar og strutsar, skulu veita mær heiður, tí at eg vatni oyðimørkina og leiði áir yvir reynið, so at tað fólk, sum eg útvaldi, fær sløkt sín tosta, og tann tjóð, sum eg skapaði, má syngja mær lov. Men á meg hevur tú ikki kallað, Jákup, og ikki møtt teg mín vegna, Ísrael; tú flutti mær eingi brennioffurlomb og tignaði meg ikki við sláturofrum. Eg havi ikki plágað teg við grónofrum og ikki møtt teg við roykilsi. Tú keypti mær ikki roykverk fyri silvur og seyrgaði meg ikki við tínum feitu sláturofrum. Nei, tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum. Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar. Stevn mær og latum okkum hittast á tingi, verj mál títt, so at tú kanst fáa rætt! Tín fyrsti forfaðir syndaði, og málsmenn tínir vóru mær ótrúgvir. Tessvegna vanhalgaði eg heilagar høvdingar, gav Jákup upp til oyðingar og læt Ísrael verða til spott.
Men hoyr nú, Jákup, tænari mín, og Ísrael, sum eg havi útvalt! So sigur Harrin, ið skapaði teg og frá móðurlívi myndaði teg, hjálpari tín: Óttist ikki, tænari mín, Jákup, Jesjurun, sum eg havi útvalt; tí at eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og signing mína yvir avkom títt, tey skulu spretta sum gras millum vatna, eins og pílaviður við áarstreymar. Hesin sigur: «Eg hoyri Harranum til.» Hasin nevnir seg við Jákups navni, og ein annar skrivar á hond sína: «Halgaður Harranum» og kannar sær Ísraels navn. So sigur Harrin, Ísraels kongur, loysnari hans, Harri herliðanna: Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til. Hvør kann siga seg javnlíka mín? Hann standi fram og greini mær hetta. Hvør hevur frá upphavi boðað frá tí, sum koma skuldi, kunngjørt tað, sum nú skal henda? Óttist ikki og verið uttan ekka! Havi eg ikki sagt tað fyri langt síðan og boðað tær frá tí? Tit eru vitni míni: Er nakar Guð og nakar klettur til umframt meg? Eg veit av ongum. Allir, ið gera gudamyndir, eru tómleiki, teirra kæru gudar gagna einki, og vitni tílíkra guda síggja einki og vita einki, so at teir verða til skammar. Tá ið einhvør ger sær ein gud við at stoypa sær gudamynd, tá gagnar tað einki. Sí, allir hans dýrkarar verða til skammar. Smiðirnir eru jú einans menn – savnist teir allir saman og gangi teir fram, teir skulu øtast og allir samlir hámast. Jarnsmiðurin starvar við grúgvueldin og ger sær øks; hann evnar hana til við homrum og ger hana lidna við sínum sterka armi. Men svøltar hann, hvørvur hans megi, og fær hann einki at drekka, maktast hann burtur. Síðan høggur hann við og streingir út mátingarbandið, strikar fyri við grifli og sker út gudamyndina við knívi, markar hana av við passara og ger hana í manna líki eftir vakurleika mansins og til at búgva í húsi. Hann høgdi sedristrø og fekk sær almvið og eikir og starvaði av allari kraft við skógartrøum, ið Guð hevði plantað, og regnið hevði givið vøkstur. Maður nýtir tey til brenni, hann tekur av teimum og kveikir eld til at verma seg við og baka breyð. Men av sama viði ger hann síðan ein gud, sum hann tilbiður, gudamynd, sum hann fellur á knæ fyri. Helmingin av tí brennir hann í eldi og steikir kjøt yvir glóðunum; hann etur seg mettan og væl settan, kennir seg heitan og mælir fyri munni: «Á, nú orni eg og kenni mær hita.» Men av leivdum tess ger hann ein gud, eina gudamynd, sum hann fellur á knæ fyri, dýrkar og tilbiður og sigur: «Bjarga mær, tí at tú ert gud mín.» Teir hava hvørki vit ella skil; eygu teirra eru lokað, so at teir ikki síggja, og hjørtu teirra, so at teir ongum skyna á. Teir fata einki og hava ikki so frægt av viti, at teir hugsa við sær: «Við helminginum av tí havi eg kynt eld og bakað breyð á glóðunum, steikt kjøt og etið, eigi eg tá av tí, sum eftir er, at gera andstyggiliga gudamynd og falla á knæ fyri klótuanga?» Tann, sum soleiðis leggur dent á øsku, hevur eitt tølað hjarta vilt av leið, so at hann ikki kann bjarga síni sál og siga við sjálvan seg: «Man hetta ikki vera ein lygn, sum eg haldi í hondini?» Minst tú hetta, Jákup, og tú, Ísrael, tí at tú ert tænari mín; eg havi skapað teg til at vera tænara mín; tú Ísrael, skalt aldrin fara mær úr minni. Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín. Fegnist, tit himnar, tí at Harrin hevur útint sítt verk, rópið av gleði, tit jarðarinnar grundir, hevjið fagnaðarljóð, tit fjøll, skógurin og øll trø hans, tí at Harrin endurloysir Jákup og ger seg dýrmætan í Ísrael. So sigur Harrin, loysnari tín, ið myndað teg hevur frá móðurlívi: Eg eri Harrin, ið skapað hevur alt, sum einsamallur tandi út himinin og breiddi út jørðina – hvør hjálpti mær? – sum ger lygnaranna tekin til einkis og spásagnarmenninar til dárar, sum rekur hinar vísu aftur og prógvar, at vitska teirra er fákunna, men staðfestir orð tænara sína og fremur ráðini hjá sendiboðum sínum – eg sigi um Jerúsalem: «Verði hon aftur bygd!» um Júdaborgir: «Verði tær endurreistar!» og toftir teirra byggi eg upp aftur. Eg sigi við djúpið: «Torna upp; eg turki nú upp tínar áir.» Eg sigi um Kýros: «Hann er hirði mín; hann skal fremja allan vilja mín og siga um Jerúsalem: Hon skal verða upp aftur bygd, og templið aftur verða grundvallað!»
So sigur Harrin við salvaða sín, við Kýros, sum eg havi tikið í høgru hondina á til tess at lata tjóðirnar lúta fyri honum og loysa upp beltið av konganna lendum, so at hurðar standa honum opnar og borgarlið uttan lokur. Eg man ganga undan tær og rudda bágsteinar burtur; hurðar av kopari man eg bróta og støkkja jarnlokur sundur, huldar dýrgripir lati eg tær lutast og fjaldar ognir, so at tú sannar, at tann, ið nevnir teg við navni, eri eg, Harrin, Ísraels Guð. Vegna tænara mín, Jákup, og vegna Ísrael, mín útvalda, kallaði eg teg og gav tær heiðursnavn, tó at tú kendi meg ikki. Eg eri Harrin, eingin annar; eingin Guð er til uttan eg, eg vápnaði teg, tó at tú kendi meg ikki, so at tað er øllum kunnugt frá sólarrisi alt at sólsetri, at eingin er uttan eg, eg, Harrin, og als eingin annar, eg, sum eri upphav ljósins og skapi myrkrið, gevi gævu og elvi ógævu – eg, Harrin, geri alt hetta. Drúpið tit himnar í erva, skýggini lati rættferð streyma, jørðin opnist og lati frelsu spretta og hartil rættlæti blóma; eg, Harrin, skapi tað. Vei honum, ið trætir við skapara sín, sjálvur bert eitt leirbrot eins og onnur leirbrot av mold! Man leirið kunna siga við leirkerasmiðin: «Hvat dugir tú?» Ella kann handaverk hans siga: «Tú hevur ongar hendur!» Vei honum, ið sigur við faðir sín: «Hvat kanst tú at gita?» Og við móður sína: «Hvat kanst tú at føða?» So sigur Harrin, Ísraels heilagi, fólksins upphav: Tit vilja hava greiði á børnum mínum og ráða fyri handaverki mínum! Tað var jú eg, sum tilbúði jørðina og skapaði mannaættina, sum á henni býr! Við míni hond eg tandi út himinin og beyð út øllum heri hans. Tað var eg, sum vakti hann upp í trúfesti og greiddi allar vegir fyri honum; hann skal byggja upp borg mína og geva mínum herleiddu heimferðarloyvi uttan samsýning og uttan endurgjald, sigur Harri herliðanna. So sigur Harrin: Eyður Egyptalands og Blálands ognir og hinir hávaksnu menn úr Seba skulu koma til tín og hoyra tær til, og tær skulu teir fylgja; í fjøtrum skulu teir koma og falla tær til kníggja og bønandi siga: «Eina hjá tær er Guð; annar Guð er ikki til!» Sanniliga, tú ert hin loyndarfulli Guð, Ísraels frelsandi Guð! Til skammar og skemdar verða allir fíggindar hansara; hámir smoykja gudasmiðirnir sær burtur. Men frelsu hevur Ísrael í Harranum, æviga frelsu, og ongantíð um ævir skulu tit verða aftur fyri háð og spotti. Tí at so sigur Harrin, skapari himins, hann sum eina er Guð, sum myndaði, tilbúði og grundfesti jørðina og skapaði hana ikki sum oyði, men gjørdi hana til bústaðar: Eg eri Harrin og eingin annar. Eg havi ikki talað í loyndum, onkustaðni í myrkursins landi, havi ikki sagt við Jákups ætt: «Leitið til mín í tóman heim!» Eg, Harrin, tali tað, sum rætt er, og kunngeri sannindi. Savnist og komið higar, stígið fram allir tit heidningar, ið undan komust! Skilaleysir eru teir, ið bera gudamynd av træ og tilbiðja ein gud, ið ikki kann veita hjálp. Sigið okkum nú og greinið okkum frá – ja, leggi teir saman ráð! – Hvør hevur kunngjørt hetta frá upphavi og boðað tað leingi frammanundan? Hvør annar enn eg, sum eri Harrin, og uttan meg er eingin Guð til, eingin rættvísur, frelsandi Guð uttan eg. Snúgv tær til mín og lat teg frelsa, jørðin, øll sum tú ert; tí at eina eg og eingin annar er Guð. Eg havi svorið við sjálvan meg, sannindis orð, sum ikki tekst aftur, hevur mín muður mælt: Fyri mær skal hvørt knæ boyggjast og hvør tunga svørja við meg. «Hjá Harranum eina,» so verður sagt um meg, «er rættferð og vald, hámir koma til hansara allir teir, ið honum eru grammir.» Alt Ísraels avkom skal fáa sín rætt av Harrans ávum og fegnast.
Bel hoknar, Nebo nígur, skurðgudar teirra fara fyri villdjór og fenað, teir, ið áður vórðu bornir um í skrúðgongu, verða lagdir upp á útmødd akdjór eins og aðrar byrðar. Teir hokna og níga allir samlir, teir orka ikki at bjarga síni byrði; í útlegd noyðast teir sjálvir at fara. Lýðið á meg, tit ættarmenn Jákups, og allir, ið eftir eru av Ísraels húsi, sum alt frá móðurlívi vórðu lagdir mær á herðar og bornir alt frá móðurfangi: Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum. Við hvønn vilja tit javnmeta og líkna meg? Hvønn seta tit fram sum javnlíka mín? Teir tøma gullið úr punginum, viga silvurið á vágskál, leiga sær gullsmið til at gera av tí ein gud, sum teir níga fyri og tilbiðja. Teir taka hann upp á herðarnar og bera hann, seta hann á stað sín, og har stendur hann og vikast ikki úr stað; teir rópa á hann, men hann svarar teimum ikki og hjálpir teimum ikki úr neyð. Minnist hetta og takið við áminning; leggið tað í geyma, tit trúnaðarleysu. Minnist til tess, ið langt frammanundan var boðað, tí at eg eri Guð og eingin annar, ein Guð, ið ikki finnur javnlíka sín. Eg boðaði frá upphavi endan, kunngjørdi frammanundan tað, sum ikki var hent og segði: «Ráðagerð mín stendur føst, og alt, sum mær hóvar, eg fremji,» úr eystri eg kallaði ørnina higar, úr fjarløgdum landi mannin, ið útinnir ráð míni; tað, sum eg talaði, lati eg henda, tað, sum eg hugleiddi, fullgeri eg. Lýðið á meg, tit hugfalnu, sum halda rættin vera langt burtur. Nú man eg koma við mínum rætti, ikki er hann langt burtur, og ikki drálar mín frelsa; eg lati Zion fáa hjálp og Ísrael mína tign.
Stíg oman, sessast í dusmið, ungmoyggin Bábeldóttir, set teg á jørðina hásætisleys, tú Kaldeadóttir, tí at ikki skalt tú meira kallast hin væna og fína. Trív í kvørnina, mal nú korn og legg slørið frá tær; hav upp tíni klæði, nekta tíni bein og vað út í áir. Nakni títt skal nektast og skomm tín verða sædd, eirindaleyst eg hevni meg, sigur loysnari vár, navn hans er Harri herliðanna, Ísraels heilagi. Sit kvirr og gakk inn í myrkrið, tú Kaldeadóttir, tí at ikki skalt tú meira verða kallað drotning kongaríkjanna. Eg reiddist á fólk mítt, læt ogn mína vera fyri vansømd, eg gav hana upp í tínar hendur, og tú eirdi henni ikki, sjálvt á ellismannin tú legði títt ovurtunga ok; tú segði: «Um aldur og ævir eri eg drotning,» men hetta hugsaði tú ikki, gavst tær einki far um endalyktina. Men hoyr nú hetta, tú vælgødda, sum býrt í trygdum og hugsar við sjálvari tær: «Einans eg og annars eingin; einkja skal eg aldrin sita, ongantíð royna, hvat tað er at vera barnleys!» Brátt eftir einum degi skulu bæði verða tær fyri; bæði barnloysi og einkjudómur skulu til fulnar raka teg hóast tína fjølkunnu og títt mikla rúnarveldi. Tú leitst á illskap tín og hugsaði: «Eingin sær meg;» men vísdómur tín og vitska hava vilt teg av leið, so at tú hugsaði við sjálvum tær: «Einans eg og annars eingin!» Tí er komin yvir teg ógæva, sum tú ikki kanst mana burtur, skaðatilburður, sum tú ikki kanst loysa teg undan; brádliga hevur oyðing rámað teg, tá ið teg minst um vardi. Kom nú fram við tínum rúnarveldi og mikla gandi, sum tú møddi teg við frá ungum árum, kanska kann tað hjálpa og ræða hesa ógævu burtur. Tú ert lúgvað av tínum mongu ráðagerðum; lat nú himinfrøðingarnar koma og hjálpa tær, stjørnuskoðararnar, ið hvønn mánað kunngera, hvat ið tær skal verða fyri. Sí, teir eru sum hálmur, eldurin oyðir teir, ikki sær sjálvum kunnu teir bjarga úr loganum; tað verða ikki gløður til at verma seg við og ikki eldur til at sita við. Soleiðis skulu roynast manarar tínir, sum tú frá ungum árum møddi teg við; vilstir teir reika um, eingin kann bjarga tær.
Hoyrið hetta, tit Jákups ættarmenn, ið nevndir eru eftir Ísrael og runnir úr Júda lindum, sum svørja við navn Harrans og ákalla Ísraels Guð – hóast ikki rættiliga og ikki av sonnum –, sum jú bera navn eftir hini heilagu borg og troysta á Ísraels Guð, hvørs navn er Harri herliðanna: Tað, sum hent er, kunngjørdi eg langt frammanundan, tað er útgingið av mínum munni, so tað spurdist; brádliga tók eg mær um reiggj og útinti tað, eg kenni jú stríðslyndi títt, sum jarnspong er tín svíri og enni títt av kopari; tí havi eg boðað tær frá tí frammanundan, kunngjørt tað, áður enn tað hendi, so at tú ikki skuldi siga: «Hetta gjørdi skurðgudur mín, soleiðis beyð mín skorna og stoypta mynd.» Tú hevur jú hoyrt tað alt og sæð tað, tú kanst jú vátta tað. Men nú man eg boða tær nýggjar lutir, fjaldar lutir, ið tit einki vita um; tað verður skapað nú og ikki fyrr; ikki fyrr enn í dag hava tit hoyrt tað, so at tú ikki skuldi siga: «Sí, hetta havi eg vitað!» Tú hevur hvørki hoyrt ella vitað um tað, ella gloppað oyrað fyri tí áður, tí at eg veit, at tú ert framúr ótrúgv og frá móðurlívi hevur verið nevnd «hin trúnaðarleysa.» Men fyri navns míns sakir var eg tolin, vegna dýrd mína eg meg tamdi og oyddi teg ikki. Eg havi brætt teg, men silvur kom einki úr – í roynslunnar ovni eg royndi teg. Ja, vegna mín sjálvs eg taki mær um reiggj – tí at hvussu er ikki navn mítt vanvirt! – Eg gevi ikki øðrum mína dýrd. Hoyr meg, Jákup, og tú, Ísrael, sum eg havi kallað: Tað eri eg, sum bæði eri hin fyrsti og hin síðsti. Mín hond hevur lagt jarðarinnar grundvøll, mín høgra tant út himinin; so skjótt sum eg kalli á tær har uppi, koma tær allar samlar. Savnist allir saman og hoyrið: Hvør av teimum hevur kunngjørt hetta? Vinur mín skal veldiliga fremja mín vilja á Bábel og á Kaldeakynið. Eg, eg havi talað tað, eg havi kallað hann, eg havi leitt hann og latið ferð hans eydnast. Komið higar og hoyrið hetta: Eg havi frá upphavi ikki talað í loyndum; so skjótt, sum tað hendi, var eg til staðar. Og nú hevur Harrin, drottin, sent meg við sínum anda. So sigur Harrin, loysnari tín, Ísraels heilagi: Eg eri Harrin, Guð tín, ið frøðir teg um tað, sum er gagnligt, og leiðir teg á vegin, tú skalt ganga. Hevði tú givið boðorðum mínum gætur, tá hevði friður tín verið sum flóðin og rættlæti títt sum havsins bylgjur; tá mundi kyn títt verið sum fjørusandur og avkom títt sum sandskorn; navn títt skuldi ikki verið strikað út og ikki hvorvið frá ásjón míni. Farið út úr Bábel, flýggið frá Kaldeum, boðið við fagnaðarrómi og kunngerið tað, latið tað spyrjast um alla jørðina, sigið: «Sí, Harrin hevur loyst út Jákup, tænara sín, hann leiddi tey um reynið, og ongan tosta tey kendu; vatn læt hann renna teimum úr klettinum; hann kleyv klettin, so at vatnið streymaði fram.» Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Harrin.
Gevið mær ljóð, tit oyggjaskeggjar! Lýðið á meg, tit fjarlagdu tjóðir: Alt frá móðurlívi hevur Harrin kallað meg, nevnt meg at navni, áður enn eg varð føddur. Hann hevur gjørt mín munn sum hitt hvassa svørðið og fjalt meg undir skugga handar sínar; til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa; hann segði við meg: «Tú ert tænari mín, Ísrael, sum eg vinni mær heiður við.» Men eg segði: «Í tóman heim havi eg strevast og oytt mína megi bert til ónýtis og til einkis; tó er rættur mín hjá Harranum, løn mín hjá Guði mínum.» Og nú sigur Harrin, sum myndaði meg alt frá móðurlívi til at vera tænara sín, til at beina Jákup aftur til hansara og savna Ísrael til hansara – og eg eri dýrmætur í eygum Harrans, mín Guð er vorðin mín styrki – hann sigur: «Tað er ov lítið fyri teg at vera tænari mín til tess at endurreisa Jákups ættir og leiða hini varðveittu av Ísrael heim aftur; tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um alla jørðina.» So sigur Harrin, loysnari og Ísraels heilagi, við hann, sum er vanvirdur og skýggjaður av fólki og valdsmanna trælur: Kongar skulu síggja tað og rísa, høvdingar skulu kasta seg á jørðina vegna Harran, ið roynist trúfastur, vegna hin heilaga í Ísrael, sum teg hevur útvalt. So sigur Harrin: Eg bønhoyri teg á náðinnar stund og hjálpi tær á frelsudegnum; eg varðveiti teg og geri teg til sáttmála millum tjóða til tess at reisa landið aftur og skifta út arvalutir, sum liggja í oyði, til at siga hinum fjøtraðu: «Gangið út!» teimum, sum í myrkri sita: «Komið út í ljósið!» Fram við vegnum finna tey gras og beitilendi á hvørjum naknum hóli. Tey skulu hvørki hungra ella tysta, og ikki skal hitin ella sólin saka tey, tí at miskunnari teirra vísir teimum veg og leiðir tey at kelduvaði. Yvir hvørt fjall geri eg veg og hækki hvørja gøtu. Sí, higar koma tey úr fjarlegd, summi úr norðuri og summi úr vestri og onnur av Sinimslandi. Syngið lov, tit himnar, og fegnast, tú jørð, hevjið fagnaðarljóð, tit fjøll, tí at Harrin uggar fólk sítt og miskunnar sínum eymu. Kortini sigur Zion: «Harrin hevur sagt meg burtur, Harrin hevur gloymt meg.» Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg. Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga. Fljótir koma synir tínir, men teir, sum brutu teg niður og løgdu teg í oyði, fara frá tær. Hav upp eygu tíni og lít teg um, tey savnast og koma øll til tín. So vissuliga, sum eg livi, sigur Harrin, skalt tú íklæðast tey eins og skart og gyrða tey um teg, eins og brúður gyrðir seg belti. Tí at toftir tínar, oyðistaðir tínir og títt oydda land – ja, nú ert tú teimum ov trong, ið har búgva – og langt av leið eru oyðarar tínir. Enn skalt tú, hin barnleysa, hoyra børn tíni siga: «Her er ov trongt fyri meg, førka teg, so at eg fái sitið!» Tá manst tú hugsa við tær: «Hvør hevur føtt mær hesi? Eg var jú barnleys og óburin, í útlegd og burturrikin, hvør hevur tá fostrað hesi? Sí, eg var latin eina eftir, hvaðan koma tá hesi?» So sigur Harrin, drottin: Sí, eg veittri til heidninganna við hond míni og reisi merki mítt fyri tjóðirnar, og tey skulu koma við sonum tínum í føvninginum og døtrum tínum á økslini. Kongar skulu verða fosturfedrar tínir og drotningar fostra upp børn tíni; tey kasta seg til jarðar fyri tær og sleikja dusmið fyri fótum tínum; tá skilir tú, at eg eri Harrin, og at tey, sum á meg vóna, ikki verða til skammar. Kann nakar taka herfongin av hinum sterka, kunnu fangar valdsmanna komast undan? Tí at so sigur Harrin: Um fangar verða tiknir av hinum sterka, og herfongur valdsmansins verður rændur frá honum, so skal eg tó verja teg móti atsóknarum tínum og frelsa børn tíni. Kúgarar tínar lati eg eta sítt egna hold, og teir skulu verða druknir av sínum egna blóði, sum var tað vínberjaløgur; alt hold skal tá sanna, at eg, Harrin, eri frelsari tín, Jákups veldigi, loysnari tín.
So sigur Harrin: Hvar er tað skilnaðarbræv, sum eg rak móður tykkara burtur við? Ella av hvørjum hevði eg tikið lán, so at eg skuldi selja tykkum til hansara? Sí, fyri misgerðir tykkara vórðu tit seldir, fyri syndir tykkara varð móðir tykkara burturrikin. Hví var tá eingin ástaðis, tá ið eg kom? Hví svaraði eingi, tá ið eg kallaði? Er armur mín vorðin ov stuttur til at bjarga, ella vantar mær máttur til at frelsa? Sí, við hóttan míni turki eg upp havið, geri flóðir at oyðimørk, so at fiskurin úlmar av vatnloysi og doyr av tosta. Eg lati himinin í svart og sveipi hann í sorgarbúna. Harrin, drottin, gav mær lærusveinatungu, so at eg skuldi skyna á at styrkja tey maktaðu; á hvørjum morgni hann vekur mítt oyra, at eg má taka eftir eins og lærusveinar gera. Harrin, drottin, opnaði oyra mítt, og eg varð ikki mótræsin og bar meg ikki undan. Teimum, ið slógu meg, beyð eg fram rygg mín, og kjálkar mínar teimum, ið royttu meg í skeggið; eg huldi ikki andlit mítt hvørki fyri spotti ella spýtti. Harrin, drottin, hjálpir mær, tí beit ikki spottið á mær; eg geri andlit mítt sum tinnustein, tí at eg veit, at eg verði ikki til skammar. Hann, sum fremur mín rætt, er í nánd; vil nakar leggja sak ímóti mær, hann gangi fyri rættin við mær; hevur nakar trætumál við meg, hann stígi fram. Sí, Harrin, drottin, hjálpir mær; hvør kann døma meg sekan? Sí, teir fúna allir sum gamalt plagg, og mølur etur teir upp. Hvør tykkara, sum óttast Harran, hann lýði rødd tænara hans; hvør, sum gongur í myrkri og ongan glotta sær, hann troysti á navn Harrans og vóni á Guð sín. Sí, øll tit, ið kynda eld og kveikja brennandi ørvar, farið sjálv inn í eld tykkara og tær brennandi ørvar, sum tit hava sjálv kveikt. Av míni hond kemur hetta yvir tykkum. Í kvølum skulu tit liggja.
Lýðið á meg, tit, ið stunda eftir rættvísi og søkja Harran; lítið at berginum, sum tit eru brotin av, og at brunninum, sum tit eru grivin úr; lítið at Ábrahami, ættfaðir tykkara, og at Sáru, sum føddi tykkum; tí at eina var hann, tá ið eg kallaði hann; men eg vælsignaði hann og gjørdi hann fjølmentan. Tí at Harrin uggar Zion, uggar allar toftir hennara; hann ger oyði hennara sum Eden og reyn hennara sum aldingarð Harrans; har er gleði og fagnaður, takkargerð og lovsongur. Gevið mær ljóð, tit tjóðir, og lýðið á meg, tit tjóðflokkar; tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar; skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt; á meg vóna fjarlagdar strendur og bíða við langtan eftir armi mínum. Havið upp eygu tykkara til himins, lítið at jørðini her niðri; tí at sum roykur man himinin hvørva burtur og jørðin farast eins og plagg, sum mýggjabitar skulu íbúgvar hennara doyggja; men frelsa mín skal standa við um ævir og rættvísi mín ongantíð linna. Hoyrið meg, tit, ið kenna rættlæti, og tú fólk við lóg míni í hjartanum, óttist ikki háð manna, ræðist ikki spott teirra; tí at mølur skal eta teir upp eins og klæði; mottur skulu eta teir upp eins og ull; men rættvísi mín varir allar ævir, frelsa mín ætt eftir ætt. Vakna, vakna upp, armur Harrans, og íklæð teg styrkleika! Vakna sum í gomlum døgum, sum hjá hinum fyrndargomlu ættum! Tað var jú tú, sum banaði skrímslinum og gjøgnumgataði drekan; tað var jú tú, sum turkaði upp havið, frumhavsins miklu vøtn, og legði veg eftir havsins botni til tey endurloystu at ganga eftir. Harrans útloystu koma heim aftur; við fagnaðarljóði koma tey til Zions, krýnd við ævigari gleði; teimum fylgja fagnaður og gleði, men sút og stynjan flýggja. Eg, eg eri uggari tín, hví óttast tú tá fyri manni, sum eigur at doyggja, fyri mansbarni, ið følnar sum grasið, at tú gloymir Harran, skapara tín, sum tandi út himinin og legði jarðarinnar grundvøll, at tú tann líðilanga dag støðugt óttast vreiði kúgarans? So skjótt sum hann búði seg til at oyða, hvat varð tá av vreiði hans? Skjótt sleppa hinir bundnu úr fjøtrum; teir skulu ikki doyggja og fara niður í grøv; á breyði skal tá eingin skortur vera. Og eg eri Harrin, Guð tín, sum øsi havið, so at bylgjur tess ymja; Harri herliðanna er navn mítt. Orð míni havi eg lagt í tín munn og lívt tær við skugga handar mínar til tess at tjena út himinin og grundvalla jørðina og siga við Zion: «Tú ert fólk mítt.» Vakna, vakna, rís upp, Jerúsalem, tú, sum av Harrans hond fekst hans vreiðisteyp og tømdi sløðursbikar hans at botni. Av øllum teimum børnum, ið hon føddi, var eingin, sum leiddi hana; av øllum teimum sonum, ið hon fostraði, var eingin, sum rætti henni hondina. Hesi bæði í senn hava nú verið tær fyri: – hvør man teg eymka? – oyðan og soran, hungur og svørð – hvør man teg ugga? Í ómegd lógu synir tínir á hvørjum vegamóti eins og antilopa í veiðigrøv, fullir av vreiði Harrans, av hóttum Guðs tíns. Hoyr tí hetta, tú hin eyma, tú, sum ert drukkin, hóast ikki av víni: So sigur Harri tín, drottin, Guð tín, sum flytur mál fólks síns: Sí, nú taki eg sløðurssteypið úr hond tíni; ongantíð skalt tú aftur tøma mína vreiðiskál. Eg gevi tað kúgarum tínum, teimum, ið søgdu við teg: «Lúta, at vit mega ganga yvir tær.» Og tú gjørdi rygg tín til gólv og gøtu at ganga eftir.
Vakna, vakna upp, Zion, og lat teg í styrkleik tín, Jerúsalem, tú heilaga borg, far í títt hátíðarskreyt; tí at eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma á gátt hjá tær. Rist av tær dustið, rís upp og sessast í sætið, Jerúsalem; loys fjøtrið av tínum hálsi, tú hertikna Zions dóttir. Tí at so sigur Harrin: Fyri einki vóru tit seld, uttan silvur skulu tit tí verða aftur loyst. Tí at so sigur Harrin, drottin: Fyrst fór fólk mítt til Egyptalands at búgva har í útisetri, og síðan kúgaði Assur tað uttan heimild. Og nú, sigur Harrin, hvussu skal eg torga, at fólk mítt er tikið burtur fyri einki? Tess valdsharrar breggja, sigur Harrin, og støðugt tann líðilanga dag verður navn mítt vanvirt. Tessvegna skal fólk mítt kenna navn mítt á hinum degi, at tað eri eg, sum segði: Sí, her eri eg! Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans, ið kunnger friðin og ber gleðitíðindini, boðar frelsu og sigur við Zion: «Guð tín er vorðin kongur.» Hoyr varðmenn tínar; teir hevja allir samlir fagnaðarróp; við egnum eygum síggja teir Harran koma aftur til Zions. Skerið í fagnaðarróp allar oyðirustir Jerúsalems, tí at Harrin hevur uggað fólk sítt og endurloyst Jerúsalem. Harrin hevur nektað sín heilaga arm fyri eygum alra tjóða; um alla ta víðu jørð hevur frelsa Guðs várs verið eyðsæð. Rýmið, rýmið, gangið út haðan; nertið einki óreint! Farið burtur haðan, reinsið tykkum, tit, ið bera ker Harrans! Tí at ikki skulu tit bráðum halda avstað og ikki fara við skundi, tí at Harrin gongur fyri tykkum á odda, og aftastur í flokki tykkara gongur Ísraels Guð. Sí, tænari mín fær frama, hann verður mikil, høgur og hátt upp hevjaður. Eins og mong øtaðust yvir hann – so ólík manni og avskeplað var ásýnd hans, hann líktist ikki mannanna børnum – í sama mun munnu mangar tjóðir undrast og kongar standa málleysir fyri honum; tí at tað, sum aldri var sagt teimum, síggja teir og fáa skyn á tí, sum áður aldri var hoyrt.
Hvør trúði tí, sum okkum var boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður? Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum. Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki; men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum. Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín. Frá trongd og dómi varð hann burturtikin; men hvør av samtíðarmonnum hans hugsaði um tað, tá ið hann varð ryktur burtur úr landi teirra livandi, at hann fyri synda sakir fólks míns varð raktur? Millum gudleysa teir góvu honum grøv, leggstað hjá ríkum, tó at hann ongan órætt hevði gjørt, og svik vóru ikki í munni hans. Men Harranum hugaði at ráma hann við sjúku; tá ið sál hans hevði framborið sektaroffur, skuldi hann fáa avkom at síggja, liva langa ævi, og Harrans vilji við hans hond verða framdur. Fyri sálarmøði sína skal hann fáa tað at síggja og verða mettaður. Tá ið hann verður kendur, skal hann, hin rættvísi tænari mín, gera mangar rættvísar, hann sum bar misgerðir teirra. Tí gevi eg honum mangar í lut, og hann skal fáa máttugar sum herfong, fyri tað at hann tømdi sál sína til deyða og varð taldur millum misgerðarmanna – hann, sum bar syndina hjá mongum og bað fyri misgerðarmonnum.
Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn, sker í róp og kalla hátt, tú, sum ikki hevur barnverkir! Tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin. Ger rúmsátt í tjaldi tínum, tamba á tjalddúkar bústaðar tíns og spar ikki, ger tjaldreipini long, rek tjaldhælir tínar fastar, tí at tú manst fjølga teg bæði til høgru og vinstru, ætt tín skal ogna sær tjóðir og byggja upp aftur oyddar borgir. Óttast ikki, tí at ikki skalt tú verða til skammar; lat ikki háð bíta á tær, tí at skemd skal ikki meira verða tær fyri. Tí at tú skalt gloyma lítilsvirði ungdóms tíns og ikki minnast vanvirðing einkjudóms tíns. Tí at hann, sum skapaði teg, er maður tín; navn hans er Harri herliðanna; loysnari tín er Ísraels heilagi, hann, sum nevnist Guð alrar jarðar. Svikin og hugstoytt satst tú – men Harrin kallar teg sína. «Man maður havna sínum ungdóms drósi?» ljóðar tað frá Guði tínum. Skamma stund eg segði teg burtur, men í miklari miskunn eg taki teg aftur at mær. Í ovurvreiði eg fjaldi um bil mítt andlit fyri tær, men miskunni tær aftur við ævigum kærleika, sigur tín loysnari, Harrin. Hetta er mær sum á Nóa døgum: Eins og eg svór, at Nóaflóðin skuldi ikki aftur jørðina hylja, soleiðis svørji eg nú, at ikki meira skal eg reiðast og ilskast inn á teg. Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friðarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín. Tú eyma, stormbarda, ugganarleysa! Sí, eg byggi teg upp við smáragdum og laði grundvøll tín av saffirsteinum, geri múrtindar tínar av rubinum og lið tíni av karfunkulsteinum og allan tín borgargarð av dýrum steinum. Tá verða øll børn tíni lærusveinar Harrans og skulu njóta miklan frið. Í rættlæti skalt tú verða grundfest. Hugsa teg fjart frá valdsgerð, tí at tú hevur einki at óttast, frá ræðslum, tí at tær skulu ikki koma tær í nánd. Um nakar ger seg inn á teg, er tað ikki av mínum ávum, falla fyri tær skal hvør, sum ger seg inn á teg. Tað eri jú eg, sum skapi smiðin, ið blæsur gløðurnar upp at loga og framleiðir vápn til nýtslu; men eisini oyðaran skapi eg til at oyða. Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur; hvørja tungu, ið talar ímóti tær, skalt tú sakfella. Hetta er lutur tænara Harrans, tað rættlæti, sum teir fáa hjá mær, sigur Harrin.
So sigur Harrin: Varðveitið rættin og gerið tað, sum rætt er, tí at frelsa mín er í nánd, og brátt birtist rættlæti mítt. Sælur tann maður, ið ger soleiðis, tað mansbarn, ið heldur fast við hetta: varnast at vanhalga hvíludagin og varðar hond sína frá øllum illum. Ikki sigi hin fremmandi, sum bundið hevur trúskap við Harran: «Vissuliga man Harrin koyra meg burtur úr fólki sínum;» og heldur ikki sigi geldingurin: «Eg eri følnað træ.» Tí at so sigur Harrin: Geldingum, ið halda hvíludagar mínar og velja tað, sum er vilji mín, og halda fast við sáttmála mín, teimum vil eg geva í húsi mínum og á múrum mínum minnisvarða og navn, sum er betri enn synir og døtur, ja, ævigt navn, sum ikki kann verða útstrikað. Og fremmandar, ið bundið hava trúskap við Harran til tess at tæna honum og elska navn hans, til tess at verða tænarar hans, øll, ið varnast at vanhalga hvíludagin og halda fast við sáttmála mín, lati eg koma á mítt heilaga fjall og gleði tey í mínum bønhúsi; brennioffur og sláturoffur teirra skulu toknast mær á altari mínum; tí at hús mítt skal verða kallað bønhús fyri allar tjóðir. So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg savni hini burturriknu av Ísrael, savni eg eisini onnur umframt tey. Øll tit villdjór, komið higar og etið, øll tit djór á skógum. Blindir eru allir varðmenn mínir, fata einki; allir eru teir dumbir hundar, ið ikki duga at goyggja; teir liggja og droyma og elska at durva. Teir eru gloypnir hundar, duga ikki magamál. Og tílíkir vilja vera hirðar! Teir duga ongum á at skyna! Allir ganga teir sínar leiðir, hvør søkir sítt egna: «Komið, eg skal fara eftir víni, nú skulu vit hava vínløg at drekka, sum í dag skal tað verða í morgin, ovurmikil gleimur!»
Hini rættlátu fórust, og eingin gav tí gætur; gudrøknir menn vórðu fyribeindir, og eingin hugsaði um tað. Hini rættlátu, sum bundið høvdu frið, vórðu fyribeind av vándskunnar ávum, tey sum rætta leið høvdu gingið, hvíla nú í leggstøðum sínum. Men komið tit higar, tit flagdkonuungar, tit avkom undan horkøllum og skøkjum! Hvønn halda tit fyri gjøldur, eftir hvørjum gálva tit og rætta tit tunguna út? Eru tit ikki børn syndarinnar og avkom lygnarinnar? tit, sum brunnu í girndarhuga undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum slátraðu børn niðri í dølum og djúpt niðri í gjáum! Dalanna brýndu steinar eru faðirleivd og lutur tín; eisini teimum úthelti tú drykkjuoffur og brendi grónoffur – eigi eg at torga slíkt? Á hvørjum háreistum fjalli reiddi tú legu tína, eisini har uppi frambart tú sláturoffur. Aftan fyri hurð og durastav setti tú títt minningartekin, tí at tú havnaði mær, nektaði teg og steigst upp í rekkju tína, sum tú hevði gjørt breiða, tú keypti av teimum samlegualskhug og sást teirra nakni. Fyri Moloki salvaði tú teg við olju og nógvum smyrsli, og tú sendi ørindrekar langar leiðir, ja, alt oman í helheim fórt tú. Tú vart móð av tíni longu leið, men gavst ikki kortini; støðugt fekst tú nýggja megi og legðist ikki fyri. Hvønn mundi tú ræðast og óttast, at tú soleiðis hevur slitið trúnað? Mín mintist tú ikki og gavst mær ongar gætur; men eg eri jú dumbur og blindur, hví skuldi tú óttast meg? Men nú skal eg kunngera tær, hvussu tað er vorðið við rættlæti og verkum tínum; tey skulu tær einki bata, og gudar tínir ikki frelsa teg, tá ið tú rópar um hjálp. Stormurin sópar teir allar burtur, hvirlur fara við teimum. Men tey, sum leita sær skjól hjá mær, skulu arva landið og fáa mítt heilaga fjall til ognar. Og tað skal ljóða: «Byggið upp, byggið upp gøtu, javnið vegin, ryðið bágsteinar av vegnum fyri fólki mínum.» Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu. Tí at eg seti ikki ævinliga at og reiðist ikki um allar ævir, annars mundi andin ørmaktast fyri mær, tær sálir, sum eg sjálvur havi skapað. Vegna misgerð hansara reiddist eg um bil og sló hann og fjaldi í vreiði mítt andlit; hann gekk í fráfalli sínar egnu leiðir. Eg sá vegir hans; men nú vil eg grøða og leiða hann og endurgjalda honum við miskunn; hjá øllum, ið syrgja, skapi eg varranna ávøkst; frið, ja, miklan frið eg veiti bæði teimum í nánd og teimum í fjarlegd, sigur Harrin; nú vil eg grøða hann. Men hini gudleysu eru eins og havið í ódn, sum aldri verður kvirt, og hvørs aldur skola upp eyr og runu. Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Guð mín.
Rópa, eir ikki málinum, lat rødd tína gella sum lúður, kunnger fólki mínum misbrot tess og Jákups ættarkyni syndir teirra. Til mín teir leita dag frá degi og tráa eftir kunnleika um vegir mínar, sum vóru tey fólk, ið innir rættlæti og ikki hevur svikið krøv Guðs síns. Tey spyrja meg um lóg og rætt við langtan eftir nærleika Guðs: «Hví sært tú ikki, at vit fasta, og gevur tí ikki gætur, at vit svølta okkum?» Sí, tit havast at starvi, meðan tit fasta, og fara við hørðum móti bønarfólki tykkara. Sí, tit fasta til tess at vekja deilur og trætur og berja við gudleysum nevum; men sum tit fasta í dag, verður rødd tykkara ikki hoyrd á himni. Man hetta vera føsta, sum mær líkar, at maður ein dag pínir seg sjálvan? At boyggja sítt høvur sum sevið og breiða undir seg sekk og øsku! Kallar tú tílíkt føstu, ein dag til at vinna sær náði Harrans? Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok, at býta sítt breyð sundur til svong, húsa neyðstøddum og heimleysum, at tú klæðir tann nakna, sum tú sært, og noktar ikki landa tínum hjálp. Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá munnu sár tíni skjótt verða grødd; undan tær skal rættur ganga og dýrd Harrans fylgja tær; tá man Harrin svara, tá ið tú kallar, bønhoyra neyðarróp títt og siga: «Her eri eg;» um tú lættir av allari kúgan, av øllum spotti og illmæli, gevur tú svongum breyð títt og mettar eina maktaða sál, tá rennur ljós títt upp í myrkrinum, og bølaniðan kring teg verður alljósur dagur. Støðugt skal Harrin leiða teg og metta teg í oyðisondum; hann gevur tær kraft av nýggjum, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur. Tá byggir tú aftur á aldargomlum toftum, fyrndargamlar rustir reisir tú aftur; tá verður tú nevndur: «Bøtari av borgargørðum», «Endurnýggjari av bygdavegum». Varðar tú fót tín á hvíludegnum og ongum keypskapi hevst at á mínum heilaga degi, kallar tú hvíludagin hugnað tín og Harrans halgidag dýrmætan, heiðrar tú hann við einki starv at inna, við ikki at reka keypskap ella tala fáfongd, tá manst tú fegnast um Harran, tá lati eg teg ríða yvir landsins hólar og njóta arvalut Jákups, faðirs tíns, so satt sum Harrans muður hevur talað.
Statt upp og skín, tí at ljós títt kemur og dýrd Harrans rennur upp yvir tær! Tí sí, myrkur hylur jørðina og sorti fólkini; men yvir tær rennur Harrin upp, og dýrd hans birtist yvir tær. Og heidningarnir stevna at ljósi tínum og kongar at ljómanum, sum rennur upp yvir tær. Hav upp eygu tíni og lít teg um: teir savnast allir saman og koma til tín; synir tínir koma av fjarløgdum londum, og døtur tínar verða bornar á ørmum. Tá skalt tú síggja og lýsa av gleði, og hjartað í tær skal titra og víðkast; tí at havsins ríkidømi skal horva til tín, heidninganna ognir skulu koma til tín. Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfolar úr Midian og Efa; allir skulu teir koma úr Sába, gull og roykilsi skulu teir bera, og lov Harrans skulu teir kunngera. Til tín savnast allar smalur Kedars, tær tæna Nebajots veðrar, sum væl toknað offur á altari mínum, bønhúsi mínum til heiðurs. Hvørjir eru hasir, ið koma fljúgvandi eins og skýggj, eins og dúgvur til búra sína? Hatta eru skip, ið higar stevna; fremstir fara Tarsis knørrir til tess at flyta synir tínar heim av fjarløgdum londum; silvur sítt og gull teir hava við sær til navn Harrans, Guðs tíns, Ísraels heilaga, sum ger teg dýrmætan. Borgargarðar tínar skulu útlendskir byggja upp og kongar teirra tæna tær; tí at av vreiði eg sló teg, men várkunni tær nú av náði. Altíð skulu lið tíni opin standa, lokast hvørki dag ella nátt, so at eyður tjóðanna kann koma til tín, fluttur av kongum teirra; tí tann tjóð og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, man farast, tey fólk skulu avoydd verða. Dýrd Libanons skal til tín koma; syprisviður, almviður og buksviður til tess at prýða mín halgistað og dýrmeta fótskør mína. Synir kúgara tín koma til tín nívdir niður, allir, sum teg háðaðu, tveita seg flatar fyri føtur tínar og nevna teg: Borg Harrans, Zion, har Ísraels heilagi býr. Áður lást tú yvirgivin, hatað og skýggjað av jarðarmonnum; men nú skal eg gera teg til ævigan háleika, til gleði ætt eftir ætt. Tú skalt drekka tjóðanna mjólk og súgva konganna bróst og sanna, at eg eri Harrin, frelsari tín, Jákups veldigi, loysnari tín. Eg lati gull koma í staðin fyri kopar og silvur í staðin fyri jarn, kopar í staðin fyri við og jarn í staðin fyri grót; eg lati friðin vera stýrisvøld tína og rættlætið ráðharrar tínar. Valdsgerð skal ikki aftur spyrjast í tínum landi, eingin sorlan og soran har, sum tú býrt; borgargarðar tínar nevnir tú frelsu og lið tíni lovsong. Sólin skal ikki meira vera tær ljós og mánin ikki skína fyri tær; nei, Harrin sjálvur skal vera tær ævigt ljós, Guð tín skal vera tín geislandi ljómi. Tá fer tín sól ikki aftur til viða, og ikki skal mánin taka av; tí at Harrin skal vera títt ljós um ævir; tá eru sorgardagar at enda. Øll av tínum fólki eru rættlát ævinliga eiga tey landið – tey eru gróðurangin, ið Harrin setti niður, handaverk hansara, honum til heiðurs. Hin minsti skal verða til túsund, hin vesæligasti til mikla tjóð; eg eri Harrin og fremji tað í skundi, tá ið stundin til tess er komin.
Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, til at kunngera náðiár Harrans og hevndardag Guðs várs, til at ugga øll, ið syrgja, geva teimum, ið syrgja í Zion, høvuðskreyt í staðin fyri øsku, fagnaðarolju í staðin fyri sorgarbúna, lovsong í staðin fyri máttleysan anda, rættlætis eikir verða tey nevnd, av Harranum settar niður honum til heiðurs. Tey skulu byggja upp aftur elligamlar toftir, endurreisa fyrndarrustir og byggja av nýggjum oyddar borgir, sum lógu í sori ætt eftir ætt. Fremmandir skulu koma og gæta fæflokkar tykkara, útlendingar dyrka bø og víngarðar fyri tykkum. Men sjálvir verða tit kallaðir prestar Harrans og nevndir Guðs várs tænarar; av tjóðanna eyði skulu tit liva og ogna tykkum dýrgripir teirra. Tvífald var teirra skomm, spott og spýtt teirra lutur; tessvegna ljóta tey tvífaldan arv í landinum og fáa æviga gleði. Tí at eg, Harrin, elski rættlæti, men hati rán og órætt; í trúfesti gevi eg teimum løn og geri ævigan sáttmála við tey. Navnfrom skal ætt teirra verða millum tjóða, avkom teirra kunnugt tjóðflokkanna millum; øll, ið síggja tey, kenna tey sum ta tjóð, ið Harrin hevur signað. Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju, eins og brúðgómur bindur sítt høvuðskreyt, eins og brúður, sum letur seg í skart. Tí at eins og tað sprettur upp úr jørðini, og frækornið nælir í garði, soleiðis skal Harrin, drottin, lata rættlæti spretta og lovsong fyri eygsjón alra tjóða.
Fyri sakir Zions vil eg ikki tiga, fyri Jerúsalems skuld ikki hvíla, fyrr enn rættur hennara rennur upp sum ljómi og frelsa hennara sum brennandi kyndil. Rætt tín skulu tjóðirnar skoða og allir kongar tína dýrd; tú verður nevnd við nýggjum navni, sum Harrans muður skal nevna. Og tú skalt verða prýðilig krúna í hond Harrans, kongligt høvuðskreyt í hond Guðs tíns. Ikki skalt tú meira verða nevnd: «Hin burtursagda,» og land títt ikki verða kallað: «Oyði;» nei, «Hugnaður mín» skalt tú verða nevnd at navni og land títt «Hústrúin;» tí at Harrin hevur hug á tær; land títt skal giftast manni. Tí at eins og unglingur tekur sær moyggj til konu, soleiðis skal Harrin taka teg til konu, eins og brúðgómur fegnast um brúður, so fegnast Guð tín um teg. Eg havi sett varðmenn upp á borgargarðar tínar, Jerúsalem; teir skulu ongantíð tiga hvørki um dagar ella nætur. Tit, ið áminna Harran, unnið tykkum onga hvíld og gevið honum ongan frið, fyrr enn hann hevur bygt upp aftur Jerúsalem og gjørt hana til frægdar á jørðini! Harrin svór við síni høgru hond, sínum máttuga armi: Eg lati ikki fíggindar tínar framvegis eta títt korn; ei skulu fremmandir drekka tín aldinløg, sum tú hevur strevast fyri. Nei, tey, sum bera inn kornið, skulu eta tað við tøkk til Harrans; tey, sum vinna sær aldinløgin, skulu drekka hann í forgørðunum í halgidómi mínum. Gangið út, gangið út um borgarliðini, javnið veg fyri fólkinum! Leggið, leggið breyt! Ryðið bágsteinar burtur! Reisið merki fyri tjóðirnar. Sí, Harrin letur tað ljóða til heimsins enda: Sigið við Zions dóttur: Sí, frelsa tín kemur! Løn sína hevur hann við sær, fongur hans fer undan honum. Tey skulu verða kallað «Hitt heilaga fólkið,» «Hini endurloystu Harrans.» Og tú skalt verða nevnd «Hin fjølsøkta,» «Borgin, sum ikki er yvirgivin.»
Hvør er hasin, ið kemur úr Edóm í fagurreyðum klæðum úr Bozra, hasin, ið kemur so brettin í sínum skrúði og sínum mikla mátti? «Tað eri eg, eg sum tali rætt og máttugur eri til at frelsa.» Men hví er tá skikkja tín reyð og klæði tíni eins og hans, ið vínfargið treður? «Einsamallur eg vínfargið tróð, av tjóðunum eingin var við mær; eg tróð teir í míni vreiði, traðkaði teir í míni bræði; tá spríkti blóð teirra upp á skikkju mína, tá vórðu øll klæði míni dálkað. Tí at hevndardagurin var mær í huga, komið var loysnarár mítt. Eg leit meg um, men eingin kom mær til hjálpar, bilsin eg stóð, men eingin mær dugnaði hond; tá hjálpti mær armur mín, og bræði mín dugnaði mær hond. Í vreiði míni eg tjóðirnar sundurtróð, morlaði tær í míni bræði og læt blóð teirra renna á jørðina.» Eg vil siga frá miskunnsemi Harrans og hálova honum fyri alt tað, sum hann hevur gjørt ímóti okkum, ríkur av góðsku móti Ísraels húsi, ja alt, sum hann hevur gjørt ímóti okkum av síni miklu miskunn og náði. Hann segði: «Tey eru jú fólk mítt, børn, sum ikki svíkja.» Og frelsari varð hann teimum hvørja ferð, tey vóru í neyð, ikki ørindreki, ikki eingil, men ásjón hansara frelsti tey; av kærleika og várkunn síni hann endurloysti tey; hann tók tey upp og bar tey allar fortíðardagar teirra. Men tey gjørdust tvørlynd og rygdu hans heilaga anda; tá varð hann fíggindi teirra og bardist við teir. Tá mintust fólk hans á fortíðardagar, á Móses: «Hvar er hann, ið dró upp úr vatninum hirðan hjá fæflokki sínum? Hvar er hann, sum í barm honum legði sín heilaga anda, læt sín dýrmæta arm vera Mósesi til høgru handar, skildi sundur vøtnini fyri teimum og vann sær ævigt navn, læt tey ganga gjøgnum djúpið eins og hestur um oyðimørk? Eins og fenaður á ferð oman í dalin, soleiðis leiddi andi Harrans tey til hvíldar; eingin teirra snávaði, soleiðis leiddi tú fólk títt og vann tær dýrdarmikið navn.» Skoða av himni niður, lít niður frá tínum heilaga, dýrmæta bústaði! Hvar er nú vandlæti títt og veldi, títt milda hjartalag og tín miskunn? Halt teg ikki burtur, tú, sum ert faðir okkara; tí at Ábraham veit ikki um okkum, Ísrael kennist ikki við okkum; men tú, Harri, ert faðir okkara, «Loysnari vár» er úr ævum navn títt. Hví villir tú okkum, Harri, av vegum tínum og herðir hjarta várt, so at tað ikki óttast teg? Kom aftur vegna tænara tína, vegna ættargrein arvaluts tíns! Hví hava gudleysir troðið halgistað tín, fíggindar várir niðurtraðkað títt heilaga hús? Vit eru vorðnir eins og fólk, sum tú aldri hevur valdað, og sum navn títt ikki er nevnt yvir.
Gævi tú skræddi himinin sundur og steigst oman, so at fjøllini nøtraðu fyri tíni ásjón, og login brendi upp fíggindar tínar, eins og vaksið bráðnar í eldi, so at navn títt varð teimum kunnugt, og tjóðirnar máttu skelva fyri tíni ásjón, tá ið tú gert undur, sum okkum ikki vardi – tú steigst oman; fyri ásjón tíni nøtraðu fjøllini – og sum áður eingin á nøkrum sinni hevði hoyrt gitið, tí at einki oyra hevur hoyrt um og einki eyga sæð nakran Guð uttan teg, ið hjálpir teimum, ið troysta á hann. Tú kemur til teirra, sum inna rættlæti og vilja ganga tínar leiðir. Men tú reiddist, tá ið vit syndaðu og leiddu yvir okkum sekt. Eins og órein vit vórðu øll somul, allar okkara dygdir sum dálkað klæði; vit følnaðu øll sum leyvsbløð; misgerðir várar foyktu okkum burtur eins og vindur. Nú ákallar eingin navn títt; eingin mennir seg upp til tess at halda fast við teg; tí at tú hevur fjalt andlit títt fyri okkum, givið okkum misgerðum várum í vald. Men tó ert tú Harrin, vár faðir; vit eru leirið; tú okkum hevur myndað; handaverk títt vit eru øll somul. Ver ei so ovursintur, Harri, minst ikki ævinliga misgerðir várar; lít til okkara, Harri, tí vit eru jú øll fólk títt! Tínar heilagu borgir liggja í oyði; Zion er vorðin at oyðimørk; avtoftað liggur Jerúsalem. Várt heilaga, glæsiliga tempul, har fedrar várir fluttu tær lovsong, er brent upp á svaðasvørði; alt, sum okkum var dýrmætt, er lagt í oyði; og kortini kanst tú halda teg aftur og tiga og eyðmýkja okkum so djúpt?
Eg birtist teimum, ið ikki spurdu eftir mær, varð funnin av teimum, ið ikki leitaðu mín; við tjóð, sum ikki kallaði á meg, segði eg: «Sí, her eri eg!» Allan dagin eg breiddi út hendur mínar móti tvørlyndum fólki, sum gekk á sínum vánda vegi og fylgdi sínum egnu hugsanum, móti einum fólki, sum reitir meg støðugt til vreiði beint upp í eyguni, sum ofrar í gørðum og kyndir offureld á tigilsteinum, sum situr í grøvum og um nætur hølast í hellum, etur svínakjøt og hevur andstyggiliga súpan í sínum skálum, sum sigur: «Hav teg burtur, nert ikki við meg, tí at eg eri heilagur.» Tílíkt fólk er sum roykur í nasum mínum, sum eldur, ið brennur tann líðilanga dag. Sí, tað stendur skrivað her fyri framman mær, eg man ikki tagna, fyrr enn eg havi endurgoldið tað, ja, endurgoldið teimum í fang, bæði fyri egnu misgerðir teirra og misgerðir fedra teirra, sigur Harrin, teir sum kyndu offureld á fjøllunum og háðaðu meg á hólunum; eg máti teimum løn teirra og endurgjaldi teimum í fang. So sigur Harrin: Eins og sagt verður, tá ið vínberjaløgur finst í vínberi: «Bein ikki fyri tí, tí at signing er í tí:» Soleiðis vil eg gera fyri sakir tænara mína, til tess at teir ikki verða oyddir. Eg lati avkom spretta úr Jákupi og úr Júda arvinga til fjøll míni; míni útvaldu skulu arva tey og tænarar mínir búgva har. Og Sáron skal verða beitilendi fyri seyð og Ákors dalur støði fyri stórdýr hjá teimum av fólki mínum, ið leita mín. Men tit, sum siga Harran burtur og gloyma mítt heilaga fjall, reiða borð fyri eydnudísini og seta steyp við víni fyri forlaganornuna, tykkum gevi eg svørðinum í vald, øll skulu tit níga til slátranar, av tí at tit ikki svaraðu, tá ið eg kallaði, og ikki lýddu á, tá ið eg talaði, men gjørdu tað, sum ilt var í mínum eygum, og kjósaðu tað, sum mær ikki hóvaði. Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, tænarar mínir munnu fáa at eta, men tit svølta, drekka skulu tænarar mínir, men tit tysta, ja, tænarar mínir skulu gleðast, men tit verða hámir. Sí, tænarar mínir skulu fegnast hjartans glaðir, men tit rópa av sálarkvølum og vena tykkum í vónloysi. Nøvn tykkara skulu tit lata mínum útvaldu sum illbiðingarorð: «Harrin, drottin, gevi tær slíkan deyða!» Men tænarar mínir skulu fáa annað dýrmætt navn; so at hvør, sum ynskir sær signing í landinum, hann ynskir sær signing í navni hins trúfasta Guðs, og hvør, sum ger eið í landinum, hann ger eið í navni hins trúfasta Guðs, tí at hinar fyrru trongdir eru tá gloymdar, fjaldar fyri eygum mínum. Tí, sí, eg skapi nýggjan himin og nýggja jørð, hitt fyrra skal ikki verða mint, og eingin skal huga tað meir; men teir skulu fegnast og gleðast um tað, sum eg skapi; tí, sí, til fagnaðar geri eg Jerúsalem og íbúgvar hennara til gleði. Eg skal fegnast um Jerúsalem og gleðast um fólk mítt; har skal eingin grátur verða meir og eingin venan. Har skal einki barn vera, ið bert livir fáar dagar, ella nakað gamalmenni, sum ikki slítur fullan aldur; hin yngsti, sum doyr, er hundrað ár, og svitast tað, tá man ilt vera biðið yvir hann. Tá munnu teir byggja hús og búgva í teimum sjálvir, leggja inn víngarðar og njóta ávøkst teirra. Ikki skulu teir byggja og aðrir búgva í tí; ikki skulu teir seta niður og aðrir eta tað, tí at træsins aldur skulu teir slíta og sjálvir hava nyttuna av handaverkum sínum. Teir skulu ikki møða seg til einkis og ikki ala børn til bráðan deyða; tí at teir eru avkom Harrans, hinir signaðu, og hava børn síni hjá sær. Áður enn teir hava kallað, man eg svara, bønhoyra teir, áður enn orðið er talað. Úlvur skal ganga á beiti saman við lambi, ljónið eta hoyggj eins og neytið, men ormsins føði skal vera mold. Á øllum mínum heilaga fjalli skulu menn einki ilt gera og ongan skaða valda, sigur Harrin.
So sigur Harrin: «Himinin er mítt hásæti og jørðin fótskør mín; hvat hús kunnu tit tá reisa mær, og hvar er tann staður, ið vera kann bústaður mín? Hond mín hevur jú skapað alt hetta, so at tað er vorðið til, sigur Harrin. Men teir, sum eg líti til, eru hinir eymu, sum hava sundurbrotnan anda og skelva fyri orði mínum. Tann, sum slátrar oksa, er manndrápari, tann, sum ofrar lamb, hálsbrýtur hund, tann, sum framber grónoffur, ofrar svínablóð, tann, sum brennir roykilsi, signar skurðgud. Men eins og teir valdu sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra fekk yndi til hinar andstyggiligu gudar, soleiðis man eg velja teimum kvalir og lata tað, sum teir ræðast, koma yvir teir, av tí at teir ikki svaraðu, tá ið eg kallaði, og ikki lýddu á, tá ið eg talaði, men gjørdu tað, sum ilt var í mínum eygum og valdu tað, sum mær mislíkar. Hoyrið orð Harrans, tit, ið skelva fyri orði hans! So siga brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum burtur fyri sakir navns míns: «Lat Harran birtast í dýrd síni, so at vit mega síggja gleði tykkara!» Men teir skulu verða til skammar. Hoyrið gnýið úr borgini, rómin úr templinum! Hoyrið, hvussu Harrin lønir fíggindum sínum fyri verk teirra! Hon føðir, áður enn verkirnir eru komnir; áður enn riðini eru á hana komin, eigur hon sveinsbarn. Hvør hevur hoyrt um tílíkt? Hvør hevur sæð slíkt? Verður nakað land í heimin borið eftir einum degi, ella verður nøkur tjóð fødd alt í einum? Men Zion hevur nú alt í einum havt verkir og føtt síni børn. Man eg opna móðurlív og síðan hindra føðing? sigur Harrin. Og man eg elva føðing og síðan loka móðurlívið? sigur Guð tín. Gleð teg, Jerúsalem! Fegnist um hana, allir, ið hana unna; ja, luttakið í gleði hennara, allir, ið nú bera sorg um hana, so at tit mega súgva av hugsvalandi barmi hennara og mettast, so at tit mega drekka og gøða tykkum av lívskveikjandi stálma hennara, tí at so sigur Harrin: «Sí, eg veiti til hennara frið eins og floymandi á og tjóðanna eyð eins og rennandi løk; smábørn hennara verða borin á mjødn og vaggað blítt í fangi. Eins og móðir uggar son sín, soleiðis man eg ugga tykkum; í Jerúsalem munnu tit ugga finna. Tit skulu síggja tað hjartansfegnir og bein tykkara grønskast eins og grasið. Harrans hond skal verða tænarum hansara kunn, men vreiðin fíggindum hans. Sí, Harrin kemur sum eldur; vagnar hansara eru sum hvirlur; hann letur bræði sína brenna og sýnir vreiði sína í geisandi loga. Tí at við eldi og svørði sínum skal Harrin halda dóm yvir øllum holdi, og mangir verða teir, ið Harrin fellir. Teir, ið halga og víga seg í lundum og fylgja einum, ið er við teimum, sum eta svínakjøt og kjøt av skriðdjórum og músum – teirra verk og hugsanir skulu verða til einkis, sigur Harrin. Eg skal koma og savna tjóðir og allar tungur, og tá skulu tey koma og síggja dýrd mína. Eg geri tekin teirra millum og lati nakrar teirra komast undan til tjóðanna, til Tarsis, Pul, Lud, Mesjek, Rosj, Túbal, Jávan og til hini fjarløgdu oyggjalond, sum ikki hava hoyrt um meg og ikki sæð dýrd mína; teir skulu boða um dýrd mína tjóðanna millum. Og tá skulu teir koma við øllum brøðrum tykkara heim frá øllum tjóðum, sum offurgáva til Harrans – á hestum og á vagnum, á burðarstólum, á múldjórum og á kamelum til mítt heilaga fjall, til Jerúsalem, sigur Harrin, eins og tá ið Ísraelsmenn koma við offurgávum í reinum kerum til hús Harrans. Eisini av teimum skal eg skipa Levitaprestar, sigur Harrin. Tí at eins og hin nýggi himinin og hin nýggja jørðin, sum eg skapi, skulu standast fyri ásjón míni, sigur Harrin, soleiðis skal avkom og navn tykkara standast. Og hvønn mánað á tendringardegnum og hvørja viku á hvíludegnum skal alt hold koma og tilbiðja fyri ásjón míni, sigur Harrin. Og teir skulu ganga út og síggja ræini av teimum monnum, ið slitu trúnað við meg, tí at ormur teirra man ikki doyggja og eldur teirra ikki slokna; alt hold skal øtast yvir teir.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Far og rópa inn í oyruni á Jerúsalem: So sigur Harrin: Eg minnist ungdómskærleika tín, alskhug tín, tá ið tú vart brúður og fylgdi mær í oyðimørkini, í landi, har ikki verður sáað. Ísrael var halgaður Harranum, frumgróðurin av úrtøku hans; allir, ið vildu eta hann, vórðu sekir, ógæva rakti teir, sigur Harrin. Hoyrið orð Harrans, Jákups hús og øll ættarkyn av Ísraels húsi: So sigur Harrin: Hvat hava fedrar tykkara funnið av órætti hjá mær, at teir fóru burtur frá mær og eltu fánýtar gudar, til teir sjálvir vórðu fánýtir? Teir spurdu ikki: Hvar er Harrin, ið flutti okkum út úr Egyptalandi og leiddi okkum um oyðimørkina, um landið við reynum og gjáum, um hitt turra og niðamyrka landið, um landið, har eingin fer um, og eingin maður býr í. Eg leiddi tykkum inn í aldingarðslandið, til tess at tit skuldu njóta ávøkst og góðgæti tess; men tá ið tit komu hagar, óreinskaðu tit land mítt og gjørdu arvalut mín andstyggiligan. Prestarnir spurdu ikki: Hvar er Harrin? Og teir, ið fingust við lógina, kendu meg ikki; hirðarnir slitu trúnað við meg, og profetarnir profeteraðu í navni Báals og eltu gudar, sum ikki kunnu hjálpa. Tí fari eg fyri rættin við tykkum, sigur Harrin, drottin, ja, við barnabørnum tykkara skal eg fara fyri rættin. Farið til Kittea stranda og vitið, rannsakið, sendið ørindreka til Kedar og kannið gjølla eftir og rannsakið, um tílíkt man vera hent áður, um heidningatjóðir nakrantíð áður hava skift um gudar! Og tó teir eru ikki gudar! Men fólk mítt hevur latið hátign sína fyri tað, sum ikki kann hjálpa. Øtist yvir hetta, tit himnar, og nøtrið av ræðslu, sigur Harrin. Tí at tvær ringar gerðir hevur fólk mítt gjørt: Meg, lindina við livandi vatni, søgdu teir burtur og høgdu sær brunnar við sprungum, ið ikki halda vatni. Er tá Ísrael trælur, heimaborin trælur? Hví er hann vorðin at ráni? Ungljón ýldu móti honum við grenjandi rødd og løgdu land hans í oyði; borgir hans liggja brendar og mannoyddar. Eisini teir frá Nóf og Takpankes royta tín skalla. Man ikki hetta ráma teg, av tí at tú segði meg burtur? sigur Harrin, drottin. Hví vilt tú nú fara til Egyptalands til tess at drekka vatn úr Sjihor, og hví vilt tú fara til Assurs til tess at drekka vatn úr Ánni? Lær av ógævu tíni, og lat fráfall títt aga teg, so at tú sannar og sært, hvussu ilt og beiskt tað er, at tú hevur sagt burtur Harran, Guð tín! Ótti fyri mær er ikki skaptur hjá tær, sigur Harrin, drottin herliðanna. Tí at fyri langt síðan hevur tú brotið okið av tær og slitið bond tíni. Tú segði: Eg vil ikki træla longur! Men á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træi legði tú teg sum skøkja. Eg setti teg niður sum valavínvið, sum gróðurtein av besta slagi. Hvussu kundi tú tá broytast og verða mær grein av ónýtum villivínviði? Ja, tó at tú tváar tær við lúti og nýtir nógva sápu, so síggi eg kortini grómurnar eftir misgerð tína, sigur Harrin, drottin. Hvussu kanst tú siga: Eg havi ikki óreinskað meg. Báalarnar havi eg ikki elt? Hygg at atferð tíni í dalinum, hygg, hvat tú hevur gjørt, tín fótfima kamelryssa, sum loypur higar og hagar; eins og villasni, sum er vandur við oyðimørkina, stendur hon og tivar av girndarbruna, hvør kann temja girnd hennara? Teir, sum vilja hava hana, renna seg ikki móðar; hon er eyðfunnin, meðan hon er á áløgum. Varða fót tín frá at ganga skóleysur og háls tín frá tosta! Men tú sigur: Nei, tað er til einkis! Eg elski hinar fremmandu, og teimum vil eg halda meg aftur at. Eins og tjóvur verður lotur, tá ið hann verður tikin, soleiðis skal Ísraels hús skamma seg, bæði teir og kongar teirra, høvdingar, prestar og profetar teirra, ið siga við træbulin: Tú ert faðir mín! og við steinin: Tú hevur føtt meg! Tí at bakið og ikki andlitið hava teir vent mær; men á ógævustund síni siga teir: Reis teg og bjarga okkum! Hvar eru nú gudar tínir, sum tú hevur gjørt tær? Rísi teir upp og hjálpi tær, tá ið tú ert í neyðum staddur; tí at gudar tínir, Júda, eru so mangir í tali sum borgir tínar. Hví træta tit við meg? Tit hava jú allir slitið trúnað við meg, sigur Harrin. Til einkis eg sló synir tykkara, teir vildu ikki taka við aga; eins og oyðandi ljón hevur svørðið oytt profetarnar. Títt illa ættarkyn, legg tær orð Harrans í geyma! Havi eg verið oyðimørk fyri Ísrael ella land bølamyrkursins? Hví man tá fólk mítt siga: Vit eru leysir, vit koma ikki aftur til tín! Man moyggin gloyma skartgripir sínar og brúðurin belti sítt? Og tó hevur fólk mítt gloymt meg ovurlangar tíðir. Hvussu væl dugdi tú ikki at snúgva tær til tess at leita tær ástir! Tí hevur tú á lívsleið tíni vant teg til hitt illa. Eisini sæst blóð á hondum tínum av sakleysum armingum, blóð, sum eg ikki fann hjá nøkrum tjóvi, men hjá øllum hesum. Og tó sigur tú: Eg eri ósekur, vreiði hans er frá mær vikin. Sí, tessvegna vil eg døma teg, at tú sigur: Eg havi ikki syndað. Hvussu skjótur ert tú ikki at halda aðrar leiðir! Men tú skalt fáa skomm av Egyptalandi, eins og tú fekst skomm av Assur. Tí skalt tú eisini fara haðan við hondunum yvir høvdinum; tí at Harrin hevur havnað øllum, ið tú troystaði á; av teimum skalt tú ongan frama fáa.
Tá ið maður rekur konu sína aftur, og hon giftist øðrum manni, kann hon tá koma aftur til hansara? Er ikki tílík kona gjøgnumdálkað av skemd? Og tú, sum hevur drivið hor við mongd av monnum, ætlar at koma aftur til mín, sigur Harrin. Lít niðan á hasar skógarleysu hólarnar og hygg eftir! Hvar mundi tú ikki lata teg neyðtaka? Við vegirnar satst tú og kólaði eftir teimum eins og Árábar í oyðimørkum og vanhalgaði landið bæði við hordómi tínum og vándsku tíni. Og teir mongu vinir tínir vórðu tær snerra; men tú hevði enni sum á skøkju; skomm var ikki skapt í tær. Rópaði tú ikki nýliga til mín: Faðir mín! Tú ert ungdómsvinur mín! Man hann ævinliga vera reiður ella halda á við at hava agg allar ævir? Sí, soleiðis talar tú; men fremur samstundis alt tað illa, sum tú kanst. Harrin segði við meg á døgum Jósia kongs: Sást tú, hvat hin trúleysa konan Ísrael gjørdi? Hon fór niðan á hvønn høgan knúk, og undir hvørjum grønum træi horaðist hon. Eg hugsaði nú, at hon eftir at hava gjørt alt hetta mundi fara at snúgvast aftur til mín; men hon snúðist ikki aftur. Hetta sá hennara ótrúgva systir Júda. Hon sá, at eg rak konuna Ísrael aftur vegna hordóm hennara og gav henni skilnaðarbræv; kortini óttaðist ótrúgva systir hennara, Júda, ikki! Men hon fór eisini og dreiv hor. Við síni ótamdu horan vanhalgaði hon landið og horaðist við steinum og træbulum. Og kortini vendi ótrúgva systir hennara, Júda, ikki við til mín av heilum huga, men einans á kvamsvís, sigur Harrin. Og Harrin segði við meg: Hin trúleysa Ísrael er sakleysari enn hin ótrúgva Júda. Far og rópa hesi orð í norður: Snúgv tær aftur, tú trúleysa Ísrael – sigur Harrin – eg skal ikki longur vera reiður á tykkum; tí at eg eri miskunnsamur, sigur Harrin; eg vil ikki ilskast um allar ævir; men viðurkenn misgerð tína, hvussu tú sleitst trúnað við Harran, Guð tín, og lást og rakst undir hvørjum grønum træi trásjúk eftir hinum fremmandu, men hoyrdi ikki rødd mína, sigur Harrin. Komið aftur, tit trúleysu synir, sigur Harrin, tí at eg eri Harri tykkara, og eg skal taka tykkum, ein úr hvørji borg og tveir úr hvørji ættargrein og flyta tykkum aftur til Zions; og eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta mínum, sum skulu røkta tykkum við hyggindum og skynsemi. Og tá ið tit fjølgast og verða gróðursamir í landinum á teimum døgum, sigur Harrin, tá skulu menn ikki tala um sáttmálaørk Harrans, og hon skal ikki koma nøkrum í huga; teir skulu ikki minnast til hennara og ikki heldur sakna hana, og eingin nýggj skal verða gjørd. Tá skal Jerúsalem eita «Hásæti Harrans», og allar tjóðir skulu savnast hagar til navns Harrans í Jerúsalem og ikki meira fara eftir treiski vánda hjarta síns. Á teimum døgum skal Júda hús ganga saman við Ísraels hús, og saman skulu teir koma úr norðurlandinum inn í tað landið, sum eg gav fedrum teirra til ognar. Og eg, eg segði við teg: Sonanna millum skal eg seta teg og geva tær alfagurt land, hin dýrmætasta arvalut tjóðanna. Og framvegis mælti eg: Nevn meg faðir og lætt ikki av at fylgja mær. Men eins og kona svíkur vin sín, soleiðis sveikst tú meg, Ísraels hús, sigur Harrin. Hoyr! Á skógarleysu heyggjunum hoyrist grátur, bønandi eymkan Ísraelsmanna, av tí at teir fóru krókvegir, Harran, Guð sín, gloymdu teir. Vendið aftur, tit fráfalnu synir; eg vil grøða fráfall tykkara. Sí, her eru vit, vit koma til tín, tí at tú ert Harrin, Guð vár. Vissuliga vóru heyggjarnir og fjallanna óljóð einans fáfongd! Vissuliga er frelsa Ísraels hjá Harranum, Guði várum! Skemdin hevur oytt ognir fedra vára alt frá ungdómi okkara, smalur teirra og neyt, synir teirra og døtur. Í skemd okkara fara vit til songar, og skomm okkara breiða vit yvir okkum, tí at móti Harranum, Guði várum, hava vit syndað, bæði vit og fedrar okkara frá ungdómi okkara og alt fram at hesum degi, og rødd Harrans, Guðs várs, hava vit ikki lýtt.
Vendir tú við, Ísrael, sigur Harrin, tá snúgv tær aftur til mín; og koyrir tú tínar andstygdir frá tær, skalt tú ikki verða burturrikin frá ásjón míni. Og svørt tú: So satt sum Harrin livir! Av reinum huga, rættiliga og rættlynt, tá skulu tjóðir ljóta signing við honum og rósa sær av honum. Tí at so sigur Harrin við Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems: Brótið tykkum jørð upp úr nýggjum og sáið tó ikki millum torna! Umskerið tykkum fyri Harranum og takið burtur yvirhúð hjarta tykkara, tit Júdamenn og Jerúsalems íbúgvar, so at ikki bræði mín skal bróta út sum eldur og brenna, so at ikki verður sløkt vegna tykkara vándu verk! Berið boð um í Júda og Jerúsalem, kunngerið og sigið frá, latið lúðurin gella um landið og rópið av øllum mátti og sigið: Savnið tykkum saman og farið inn í víggirdu borgirnar! Reisið hermerki í ættina móti Zion! Flýggið undan og steðgið ikki; tí at ógævu lati eg koma norðaneftir og mikla oyðing. Ljón er risið upp úr runnum sínum, hann, ið týnir tjóðir, er hildin avstað, er farin heiman til tess at gera land títt at oyði; borgir tínar skulu týnast og liggja mannoyddar. Gyrðið tykkum tí við sekki og syrgið og eymkið tykkum, tí at brennandi bræði Harrans skal ikki víkja frá okkum! Á tí degi, sigur Harrin, skal kongi og høvdingum bila hugur og hjarta, prestarnir skulu ønskrast og profetarnir øtast. Og teir skulu siga: Á, Harri, drottin, ógvuliga illa hevur tú lumpað hetta fólk og Jerúsalem við at siga: Friður skal tykkum lutast! Og nú er svørðið komið inn at sálini! Tá skal verða sagt við hetta fólk og Jerúsalem: Gløðandi vindur kemur av oyðimarkarinnar skógarleysu hólum yvir dóttur fólks míns – ikki til at tína og foykja korn, nei, harðari veður enn so síggi eg koma –. Tessvegna vil eg nú kvøða upp dómar yvir teir. Sí, eins og skýggj hann tokar fram, hervagnar hans eins og stormskýggj; fljótari enn ørnir eru hestar hans; vei okkum! Vit ganga til grundar. Tváa ilskuna av hjarta tínum, Jerúsalem, at tú mást verða bjargað; hvussu leingi skulu ilskuráð tíni búgva í brósti tínum? Tessvegna hoyrið! Úr Dán koma tíðindi, ófrættir frá Efraims fjøllum: Minnið tjóðirnar á tað, latið tað hoyrast í Jerúsalem! Kringsetarar koma úr fjarløgdum landi og hevja herróp ímóti Júdaborgum; eins og akurvørðir kringseta teir hana, av tí at hon treiskaðist ímóti mær, sigur Harrin. Atferð tín og gerðir tínar hava volt tær hetta; her sært tú vándsku tína! Ja, hon er beisk, ja, hevur rakt teg í insta hjarta! Á, barmur mín, barmur mín! Eg nøtri! Á, veggir hjarta míns! Hjarta mítt bylgist í mær; eg fái ikki tagt; tí at inn í sál mína dynur lúðrablástur og orrusturómur! Boðað verður frá sori og sorli; tí at alt landið er oytt; brádliga fórust tjøld míni, tjalddúkar mínir alt í einum! Hvussu leingi skal eg síggja hermerkið og lýða á lúðrablástur? Tí at fákunnugt er fólk mítt; meg kenna teir ikki; teir eru býttligir synir og uttan vitsku; í tí illa eru teir vísir, men gott at fremja, tað duga teir ikki. Eg leit at jørðini og sí, hon var oyðin og ber, at himnunum og sí, ljós teirra var sloknað! Eg leit at fjøllunum, og sí, tey nøtraðu; og allir heyggjar gingu kykir. Eg hugdi meg um, men sí, har var mannoyði, og rýmdir vóru allir fuglar himinsins. Eg hugdi meg um og sí, aldingarðurin var oyðimørk, og allar borgirnar hevði Harrin oytt í síni brennandi bræði. Tí sí, sigur Harrin: Oyðið skal alt landið verða; men aloyða tað vil eg tó ikki. Tí syrgir foldin, og tí er himinin í erva klæddur í svart, av tí at eg havi talað, og eg iðri meg ikki eftir tí, eg havi skipað tað og gangi ikki frá tí. Reiðmenn og ørvagarpar lata rópini dynja, so at alt landið er á flótta; teir smoykja seg inn í runnaskóg og klíva upp á klettar; hvør borg er givin yvir, eingin maður býr í teimum. Og tú, hvat ætlar tú tær at gera? Um tú letur teg í skarlak, skrýðir teg upp við gyltum skreyti og gert eygu tíni stór við smyrsli, tá er tað tó til einkis, at tú gert teg fagra; alskarar tínir einkisvirða teg; tað er lívi tínum, teir royna eftir. Ja, eg hoyri róp eins og av konu í barnferð, neyðarróp eins og av konu, sum føðir á fyrsta sinni. Hoyr, Zions dóttir, hvussu hon stynur við útrættum hondum: Á, vei mær; tí at sál mín ørmaktast av atvoldum teirra, ið myrða.
Reikið um á gøtunum í Jerúsalem og gevið gætur eftir tí, sum tit síggja, og leitið á torgum hennara, um tit finna nakran, hvørt har er nakar, sum innir rætt og leggur dent á trúskap, so at eg kann fyrigeva teimum. Og tó at teir svørja: So satt sum Harrin livir! tá er eiður teirra lygn. Men Harri, er tað ikki trúfesti, sum tú leitar eftir? Tú slóst, men teir lótu ikki á sær kenna; tú oyddi teir, men teir vildu ikki taka við aga; teir gjørdu andlit síni harðari enn grót og vildu ikki venda við. Men eg hugsaði: Teir eru einans smámenn og fákunnir og vita ikki veg Harrans, rættin hjá Guði sínum. Eg vil tí snúgva mær til stórmenninar og tala við teir; teir vita jú veg Harrans, rættin hjá Guði sínum. Men allir samlir høvdu eisini teir brotið okið, slitið av sær bondini. Tessvegna skal ljón úr skóginum ráðast á teir, úlvur úr reynunum beina fyri teimum, pantarin sæta um borgir teirra, so at hvør, ið fer út úr teimum, verður sundurskræddur; tí at mangar eru misgerðir teirra og trúloysi teirra mikið. Hvussu kann eg fyrigeva tær? Synir tínir hava sagt meg burtur og svorið við gudar, ið ikki eru gudar; og tá ið eg mettaði teir, drivu teir hor og hølaðust í skøkjuhúsum. Teir vóru væl í holdum, graðhestar, ið lupu aftur og fram; teir neggjaðu hvør eftir konuni hjá øðrum. Eigi eg ikki at revsa tílíkar menn, sigur Harrin, og hevna meg inn á tjóð, ið soleiðis ber seg at? Stígið upp á borgargarðar hennara og týnið, men gerið tó ikki bart; takið burtur vínviðargreinar hennara, tí at Harranum hoyra teir ikki til. Vissuliga hava Ísraels hús og Júda hús svikið meg skammleyst, sigur Harrin. Teir avnokta Harran og siga: Hann man ongar skreytir gera; ikki man ógæva raka okkum, og svørð og hungur skulu vit einki síggja til. Profetarnir skulu verða at vindi, orð Guðs er ikki í teimum; gævi orðið rakar teir sjálvar! Tí sigur Harrin, Guð herliðanna, soleiðis: Av tí at tit mæla tílíkum orðum, sí, tessvegna geri eg orð míni til eld í munni tínum og hetta fólk til brennivið, og eldurin skal týna teimum. Sí, eg lati tjóð úr fjarløgdum londum koma yvir tykkum, Ísraels hús, sigur Harrin, tjóð, sum er sterk, fyrndargamla tjóð; tungumálið hjá teirri tjóð skilir tú ikki, fatar ikki talu hennara. Sum opin grøv er ørvahúsi teirra; allir eru teir hetjur. Teir skulu eta korn títt og breyð títt; teir skulu eta synir tínar og døtur; teir skulu eta smalur tínar og stórdýr tíni; teir skulu eta víntrø tíni og fikutrø; við svørði skulu teir oyða tínar víggirdu borgir, sum tú troystaði á. Men tó vil eg á teimum døgum, sigur Harrin, ikki aloyða tykkum. Um teir tá siga: Fyri hvat man Harrin, Guð okkara, gera okkum alt hetta? Tá skalt tú svara teimum: Eins og tit hava sagt meg burtur og tænt øðrum gudum í landi tykkara, soleiðis skulu tit verða trælir hjá øðrum í landi, sum ikki er tykkara. Boðið hetta fyri Jákups húsi og kunngerið tað í Júda: Hoyr hetta, tú fákunna og skilaleysa fólk, tit, ið hava eygu og kortini ikki síggja, hava oyru og kortini ikki hoyra! Vilja tit ikki óttast meg, sigur Harrin, ella skelva fyri ásjón míni, fyri mær, ið setti sandin sum mark fyri havinum, sum ævigt markaskil, sum havið ikki sleppur yvir um, so at bylgjur tess einki eru mentar, hvussu tær so bróta, og komast ikki yvirum, hvussu tær so leika í. Hetta er tvørlynt fólk við treiskum hjarta; teir viku frá og fóru sín veg og søgdu ikki í hjarta sínum: Latum okkum óttast Harran, Guð váran, ið gevur regnið, heystregn og várregn í tøkum tíma, og ikki letur tær fyriskipaðu innberingarvikurnar svitast hjá okkum. Men alt hetta er nú farið av lagi av atvoldum misgerða tykkara; og syndir tykkara hava skilt tykkum við tað góða. Tí at í fólki mínum finnast gudleysir; teir liggja á loynum og húka eins og fuglamenn; teir leggja snerrur til tess at veiða menn. Eins og fuglabúr fult av fuglum, soleiðis er hús teirra fult av svikum; tessvegna eru teir vorðnir stórir og ríkir; teir eru tjúkkir og feitir og samstundis floytifullir av vándum orðum; tá ið teir døma, dugna teir ikki faðirloysinganum, so at hann fær frama, og rættin hjá fátækum fremja teir ikki. Eigi eg ikki at revsa tílíkar menn og hevna meg inn á tjóð, ið soleiðis ber seg at, sigur Harrin. Øgiligt og ønskriligt er tað, sum verður gjørt í hesum landi. Profetarnir profetera lygn, prestarnir leggja inn undir seg, og fólk mítt vil fegið hava tað at vera soleiðis; men hvat vilja tit gera, tá ið endin kemur?
Flýggið, tit Benjaminitar, út úr Jerúsalem og tit í Tekoa, blásið í lúðurin og reisið upp merkið yvir Bet-Kerem, tí at ógæva hóttir úr norðuri og mikil oyðing. Eg beini fyri Zions dóttur, hini føgru og fínlátu. Til hennara skulu koma hirðar við fenaði sínum og seta upp tjøld síni kring hana; og hvør teirra skal taka sítt stykki til beitilendi. Halgið tykkum til bardaga móti henni! Farið á føtur, vit skulu gera álop á hádegi! Vei okkum, tí at dagurin tekur at halla, og kvøldskuggarnir togna! Farið á føtur! Vit skulu gera álop á nátt og bróta niður hallir hennara! Tí at so sigur Harri herliðanna: Fellið trø og laðið upp virkisvegg ímóti Jerúsalem. Vei lygnaraborgini, sum er full av valdsgerðum! Eins og vatnið streymar úr brunni, soleiðis streymar vándska frá henni; hjá henni hoyrist um valdsgerðir og kúgan, og sár og skeinur havi eg støðugt fyri eyga. Lat revsing rína á tær, Jerúsalem, so at sál mín ikki vendir sær frá tær, so at eg ikki geri teg at oyðimørk, at óbygdum landi. So sigur Harri herliðanna: Tín aðru ferð leivdir Ísraels eins og gjørt verður við vínviðin, og lat eina ferð enn eins og víngarðsmaðurin hond tína fara um vínviðargreinarnar! Fyri hvørjum skal eg tala og vitna, so at teir geva ljóð? Sí, teir hava óumskorin oyru og kunnu ikki geva gætur; sí, orð Harrans er vorðið teimum vanvirðisligt og hóvar teimum ikki. Eg eri fullur av vreiði Harrans og móður av at temja hana. Hell hana út yvir barnið á gøtuni og allan unglingaflokkin, tí at hertikin verða bæði kallur og kona, bæði gamlar og ellismenn. Hús teirra, bøur og konur alt skal tað ognast øðrum; tí at eg rætti hond mína út móti íbúgvum landsins, sigur Harrin. Tí at frá tí elsta til hin yngsta royna teir allir eftir vinningi; allir, bæði profetar og prestar fara við svikum. So lættliga grøða teir brek fólks míns við bert at boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti. Ósømdir skulu teir fáa, tí at andstygdir hava teir int; og kortini eru teir ikki lotir og vita ikki, hvat tað er at skammast; tessvegna skulu teir lúta millum teirra, sum falla; tá ið revsing mín rakar teir, skulu teir snáva, sigur Harrin. So sigur Harrin: Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara. Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki! Og eg skipaði teimum varðmenn: Hoyrið lúðrablásturin! Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki! Tessvegna hoyrið tit tjóðir og vitnið ímóti teimum! Og hoyr, tú jørð! Eg lati ógævu koma yvir hetta fólk, ávøkst av fráfalli teirra; tí at orðum mínum góvu teir ongar gætur, og lóg mína einkisvirða teir. Hvat skal mær roykilsi, sum kemur frá Sába, hin frálíka kalmus úr fjarløgdum landi? Í brenniofrum tykkara havi eg ongan tokka, og sláturoffur tykkara hóvar mær ikki. Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg leggi snávingarsteinar fyri hetta fólk, og teir skulu snáva um teir, bæði fedrar og synir; og granni saman við granna skal farast. So sigur Harrin: Sí, tjóðflokkur kemur úr norðurlandinum; frá ytstu útryðjum jarðar rísur upp mikil tjóð. Teir bera boga og spjót, og í girnd síni eira teir ongum; rødd teirra ymur sum havdun; og teir ríða á hestum, búnir sum hermenn til bardaga móti tær, Zions dóttur. Vit hava fingið fregn av honum; hendur okkara eru magnleysar; angist hevur tikið okkum, nøtran eins og kona í barnferð. Farið ikki út á víðavang og gangið ikki eftir vegnum, tí at fíggindin hevur svørð, og allar staðir eru ræðslur. Dóttir fólks míns, gyrð teg sekki og velt tær í dusti; harmast og halt bitra sorg eins og eftir einkarson, tí at brádliga skal yvirgangsmaðurin ráðast á okkum! Eg havi sett teg til kannara í fólki mínum til tess at kanna og royna atferð teirra. Treiskir fóru teir allir frá mær; ganga um við sleyi og eru bert kopar og jarn; allir eru teir spillarar. Bjølgurin físti; úr eldinum kom einans blýggj; til einkis er øll bræðan; teir vándu verða tó ikki fráskildir. Burturkastað silvur verða teir nevndir, tí at teimum hevur Harrin havnað.
Orðið kom frá Harranum til Jeremia soljóðandi: Far og statt við liðið á húsi Harrans og rópa út hesi orð og sig: Hoyrið orð Harrans, allir Júdamenn, ið ganga inn um hesi lið at tilbiðja Harran: So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Bøtið um leiðir og gerðir tykkara, so at eg kann lata tykkum búgva á hesum staði! Lítið ikki á lygitalu teirra, ið siga: Her er tempul Harrans, tempul Harrans, tempul Harrans! men bøtið um leiðir og gerðir tykkara: Um tit av sonnum fremja rættin í trætumálum millum manna, ikki undiroka útisetar, faðirloysingar og einkjur, ikki heldur hella út sakleyst blóð á hesum staði og ikki halda tykkum aftur at fremmandum gudum, tykkum sjálvum til meina, tá vil eg um allar ævir lata tykkum búgva á hesum staði í tí landi, sum eg gav fedrum tykkara. Sí, tit troysta á lygitalu, sum onga hjálp kann veita. Stjala, myrða, dríva hor, gera rangar eiðir, kynda offureld fyri Báali, halda tykkum aftur at fremmandum gudum, sum tit ikki kenna – og kortini koma tit og standa frammi fyri ásjón míni í hesum húsi, sum navn mítt verður nevnt yvir, og siga: Vit eru bjargaðir – til tess at inna allar hesar andstygdirnar. Halda tit tá hetta húsið, sum navn mítt verður nevnt yvir, vera ránsmannabøli? Men eisini eg dugi at síggja, sigur Harrin. Farið til heilaga bústað mín í Sjilo, har eg læt navn mítt búgva í fyrstuni, og síggið, hvat ið eg gjørdi við hann vegna illskapin í fólki mínum Ísrael! Og av tí, at tit nú hava framt allar hesar gerðir, sigur Harrin, og ikki hava lýtt, tó at eg havi talað til tykkara árla og síðla, og ikki svarað, tó at eg kallaði á tykkum, tí skal eg fara við húsinum, ið navn mítt er nevnt yvir, og sum tit troysta á, og við staðinum, sum eg gav tykkum og fedrum tykkara, eins og eg fór við Sjilo. Eg reki tykkum burtur frá ásjón míni, eins og eg rak allar brøður tykkara burtur, alla Efraims ætt. Og tú skalt ikki vera málsmaður fyri hetta fólk og hvørki harma tað ella biðja fyri tí; strong ikki á meg, tí at eg vil ikki hoyra teg! Sært tú ikki, hvat teir havast at í Júdaborgum og á gøtunum í Jerúsalem? Børnini henta brennivið, fedrarnir kynda eld, og konurnar knoða deiggj til tess at geva himnadrotningini offurkøku og bera fram droypioffur til aðrar gudar fyri at skaproyna meg. Men man tað ikki vera sjálvar seg, teir skaproyna heldur enn meg, sigur Harrin, so at teir verða sjálvir herviliga til skammar? Tí sigur Harrin drottin soleiðis: Sí, vreiði mín og øði skulu verða oyst út yvir henda staðin, yvir bæði fólk og fenað, yvir trøini á markini og gróður jarðarinnar; hon skal brenna og ikki slokna. So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Rúgvið saman brennioffur og sláturoffur tykkara og haldið á at eta kjøt! Tí at ta ferðina, tá ið eg leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi, talaði eg einki við teir og álegði teimum einki viðvíkjandi brenniofrum og sláturofrum; men hetta beyð eg teimum: Lýðið rødd míni; so skal eg vera Guð tykkara, og tit skulu vera fólk mítt; gangið javnan tær leiðir, sum eg leggi fyri tykkum, so at tykkum má vita væl við. Men teir hoyrdu ikki og góvu tí ongar gætur og gingu eftir ilskuráðum í vánda hjarta sínum. Teir vendu mær bakið og ikki andlitið. Síðan fedrar tykkara fóru út úr Egyptalandi og alt fram at hesum degi, havi eg støðugt árla dags og síðla sent tykkum tænarar mínar, profetarnar. Men teir lýddu ikki á meg og góvu mær ongar gætur; teir vórðu nakkafattir og bóru seg verri at enn fedrar teirra. Tá ið tú bert upp øll hesi orð fyri teimum, hoyra teir ikki, og um tú rópar á teir, svara teir ikki. Sig tú við teir: Hetta er fólk, ið ikki lýðir rødd Harrans, Guðs síns, og ikki vil taka við aga; farin er sannleiki, ja, horvin úr munni teirra. Sker hárið av tær og tveit tað burtur og hevja harmljóð á skógarleysum hæddum; tí at havnað hevur Harrin tí ættarkyni, sum hann reiddist inn á, og kastað tað burtur. Tí at Júdamenn hava gjørt tað, sum ilt er í eygum mínum, sigur Harrin; teir hava sett upp sínar andstyggiligu gudar í húsi tí, sum navn mítt er nevnt yvir, til tess at óreinsa tað. Og teir hava bygt Tófets offurheyggjar í dali Hinnomssonar til tess at brenna synir sínar og døtur í eldi – slíkt, sum eg ikki havi boðið og ongantíð er komið mær í huga. Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið tað ikki skal verða talað um Tófet ella dal Hinnomssonar, men um Drápsdalin; og deyð skulu verða jarðað í Tófet vegna rúmloysi; og líkini av hesum fólki skulu verða føðsla fyri fuglar himinsins og djór jarðarinnar, og eingin skal styggja tey burtur. Tá lati eg gleðiróp og fagnaðarróm og røddir brúðgóms og brúðar hvørva úr borgum Júda og av gøtum Jerúsalems, av tí at landið verður oyði.
Gævi, eg fekk í oyðimørkini vallaraherbergi, tá hevði eg rýmt frá fólki mínum, farið langt frá teimum, tí at allir eru teir horkallar, svíkjaraflokkur. Eins og boga spenna teir tungu sína; við lygn og ikki við sannleika hava teir fingið valdið í landinum; vándsku oman á vándsku fremja teir, og meg vita teir einki um, sigur Harrin. Varið tykkum hvør fyri øðrum og lítið ikki á nakran bróður; tí at svikafullur er hvør bróðir, og hvør vinur gongur við sleyi. Teir lumpa hvør annan, og sannleika tala teir ikki; tungu sína venja teir til at lúgva; teir eru farnir skeivar leiðir og vilja ikki venda við aftur. Valdsgerð oman á valdsgerð og svikráð oman á svikráð! og meg vilja teir ikki kennast við, sigur Harrin. Tí sigur Harri herliðanna: Sí, eg skal bræða teir og royna teir, tí at eg má taka mær um reiggj við fólki mínum. Drepandi ørv er tunga teirra, og við munninum tala teir svik; teir tala blídliga við næsta sín; men í barmi hýsa teir svikráðum. Skal eg ikki revsa tílíkar menn, sigur Harrin, og hevna meg inn á fólk, ið soleiðis ber seg at? Á fjøllunum eg gráti og stynji, hevji harmljóð yvir grønurnar í oyðimørkini, tí at tær eru svidnar, so at eingin maður fer um har; og einki djór hoyrist ýla har; bæði fuglar himinsins og djóraflokkarnir eru rýmdir og farnir. Og eg geri Jerúsalem at grótrúgvum, at hølum hjá skógarskrímslum, og Júda borgir geri eg at oyði, har eingin býr. Hvør er so vitur, at hann skilir hetta? Og hvør er tann, sum Harrin hevur talað við, so at hann kann kunngera, hví landið er oytt og avsviðið eins og oyðimørkin, har eingin fer um? Men Harrin segði: Av tí at teir hava sagt burtur lóg mína, sum eg legði fyri teir, og ikki lýtt rødd míni og ikki lurtað eftir henni, men hava farið eftir treiski hjarta síns og elt Báalarnar, sum fedrar teirra høvdu kent teimum at dýrka, tí sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, soleiðis: Sí, eg gevi hesum fólki malurt at eta og eiturvatn at drekka og spjaði teir um millum tjóða, sum hvørki teir ella fedrar teirra hava kent; og eg lati svørðið elta teir, til eg havi aloytt teir. So sigur Harri herliðanna: Verið hygnir! Heitið á grátukonur, at tær skulu koma, og sendið boð eftir skilakonum, at tær skulu koma og alt í einum hevja harmljóð yvir okkum, so at eygu okkara flóta í tárum, og vatnið streymar av hvørmum okkara. Tí at neyðarróp hoyrast frá Zion: Hvør eru vit illa farnir og sáran til skammar vorðnir! Ja, úr landinum mega vit rýma, tí at bústaðir okkara hava teir sorlað. Hoyrið tí, tit konur, orð Harrans og latið orð av munni mínum rína við oyru tykkara og kennið døtrum tykkara sorgarløg og hvør øðrum harmljóð! Deyðin er stigin upp í gluggar okkara, er komin inn í hallir okkara; hann týnir børn av gøtum og unglingar av torgum. So sigur Harrin: Sum tøð á vølli liggja deyðir menn, eins og legdir eftir akurskurðarmann, ið eingin bindur í bundi. So sigur Harrin: Hin vitri skal ikki rósa sær av vitsku síni, hin sterki ikki av styrki síni og hin ríki ikki av ríkidømi sínum; nei, tann sum vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann hevur vitsku til at kenna meg, at tað eri eg, Harrin, sum inni miskunnsemi, rætt og rættlæti á jørðini; tí at í tílíkum havi eg tokka, sigur Harrin. Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg heimsøki allar umskornar, ið kortini eru óumskornir, Egyptar og Júdamenn, Edómitar, Ammonitar og Móabitar og allar jaðarkliptar, ið búgva í oyðimørkini; tí at heidningarnir eru allir óumskornir, men alt Ísraels ættarkyn hevur óumskorið hjarta.
Hoyrið tað orð, sum Harrin talar til tykkara, tú Ísraels ættarkyn! So sigur Harrin: Venjið tykkum ikki við siðir heidninganna og óttist ikki himnatekinini, teimum bera heidningarnir ótta fyri. Tí at tað, sum tjóðirnar óttast, er einans fáfongd; ja, tað er viður, sum er høgdur úr skóginum, og verk, ið træsmiðarins hendur hava evnað til við øksini. Hann prýðir tað við silvuri og gulli, hann festir tað við nøglum og hamri, so at tað ikki riðar. Teir eru eins og ræða í kálgarði og kunnu ikki tala; teir mega berast, tí at ganga kunnu teir ikki; óttist ikki fyri teimum, tí at teir kunnu einki ilt gera, heldur ikki eru teir førir fyri at gera nakað gott. Eingin er javnlíki tín, Harri; mikil ert tú, og mikið er navn títt í mátti sínum. Hvør má ikki óttast teg, tú kongur tjóðanna? Tí at tú ert tess verdur, tí at millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin javnlíki tín. Allir samlir eru teir óskynsamir og fákunnir; frøði hinna fánýtu guda – tað er einans viður; silvurplátur fluttar úr Tarsis og gull úr Ofir, verk, sum træsmiðir og gullsmiðir hava gjørt, klætt í blátt og reytt purpur; alt samalt verk av hagleiksmonnum. Men Harrin er sannur Guð; hann er hin livandi Guð og ævigi kongur; fyri vreiði hansara foldin nøtrar, og tjóðirnar tola ikki ilsku hans. Soleiðis skulu tit siga við teir: Teir gudar, ið ikki hava skapað himin og jørð, munnu hvørva av jørðini og undan himnum. Hann, sum skapaði jørðina í mátti sínum, skipaði jarðarríkið í vísdómi sínum og tandi út himin í speki síni – fyri rødd hans brala vøtnini á himnum, og skýggini stíga upp av ytstu útryðjum jarðar; hann letur snarljósini ryðja rás fyri regninum og sendir vindarnar út úr goymslubúrum sínum. Sum býttlingar standa allir menn og skilja einki; hvør ein gullsmiður fær skomm av skurðmynd síni, tí at tað, sum hann stoypir, er lygn, og andi er ikki skaptur í tí; tað er ber fáfongd og dáraverk; tá ið tess roynslutími kemur, verður tað til einkis. Men øðrvísi er við Jákups arvaluti, tí at hann er skapari av øllum, og Ísrael er ognarætt hans; Harri herliðanna er navn hans. Tak klæðsekk tín upp av jørðini, tú, sum situr kringsett; tí at so sigur Harrin: Sí, hesa ferð vil eg sleingja íbúgvar landsins burtur og treingja teir, so at teir fáa at sanna tað. Vei mær, tí at eg eri sorlaður, og sár míni eru ógrøðandi! Men eg sigi: Hetta er líðing mín, eg vil tola hana. Tjald mítt er oyðilagt og øll tjaldbond míni slitin; børn míni eru frá mær farin og eru ikki til longur; eingin er meir til at reisa tjald mítt og heingja upp tjalddúkar mínar. Tí at hirðarnir vóru býttlingar og spurdu ikki eftir Harranum; tessvegna eydnaðist teimum einki, og fylgi teirra spjaddust um. Hoyr tíðindini! Sí, tað nærkast! Mikil rómur úr norðurlandi; Júda borgir verða oyði, bústaður hjá skógarskrímslum! Eg veit, Harri, at maður ikki ræður fyri leið síni, og at tað er ikki í valdi hjá gangandi manni at stýra fetum sínum. Revsa okkum, Harri, men við eirindum, ikki í vreiði, so at vit ikki verða færri! Hell vreiði tína út yvir tjóðirnar, ið ikki kenna teg, og yvir tey ættarkyn, ið ikki ákalla navn títt; tí at teir hava etið upp Jákup, beint fyri honum og lagt bústað hans í oyði.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum. Hoyr orðini í hesum sáttmála og tala tey til Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems og sig við teir: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Bølbiðin veri tann maður, ið ikki heldur tað, sum stendur í hesum sáttmála, sum eg beyð fedrum tykkara at halda ta ferðina, tá ið eg leiddi teir út úr Egyptalandi, úr jarnovninum og segði: Lýðið rødd míni og gerið alt tað, sum eg bjóði tykkum, tá skulu tit vera fólk mítt, og eg skal vera Guð tykkara og halda tann eið, sum eg svór fedrum tykkara um at geva tykkum landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, landið, sum tit nú eiga. – Eg svaraði og segði: Veri tað so, Harri! Tá segði Harrin við meg: Boða øll hesi orð í Júda borgum og á Jerúsalems gøtum og sig: Hoyrið orðini í hesum sáttmála og haldið tey! Tí at frá tí degi, eg leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi og alt fram at hesum degi, havi eg bæði árla og síðla lagt teimum ríkan við at lýða rødd míni. Men teir vildu ikki lýða og góvu tí ongar gætur, men fóru hvør eftir treiski vánda hjarta síns; tessvegna læt eg koma oman yvir teir øll orðini í hesum sáttmála, sum eg hevði boðið teimum at halda, men sum teir ikki hildu. Og Harrin segði við meg: Samansvørjing millum Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems er komin í ljósmála; teir eru vendir aftur til misgerðir forfedra sína, teir, sum ikki vildu lýða orðum mínum, men eltu aðrar gudar og dýrkaðu teir. Ísraels hús og Júda hús hava slitið sáttmálan, sum eg gjørdi við fedrar teirra. Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg lati koma yvir teir ógævu, sum teir ikki skulu komast undan; og tá ið teir tá rópa til mín, vil eg ikki hoyra teir. Tá munnu teir í Júda borgum og í Jerúsalem fara at kalla á gudar sínar, sum teir kyndu offureld fyri; men teir kunnu onga hjálp veita teimum á ógævustund teirra. Tí at gudar tínir, Júda, eru eins mangir og borgir tínar; og fyri skemdini hava tit reist eins mong altar og gøturnar í Jerúsalem, altar til at ofra Báali roykilsi á. Men tú, tú skalt ikki vera málsmaður hjá hesum fólkinum og hvørki harma teir ella biðja fyri teimum; tí eg vil als ikki hoyra teir, tá ið teir rópa til mín á ógævustund síni! Hvat vil ástkæra mín í húsi mínum, hon, ið fremur ilskuráð? Munnu mørir og heilagt kjøt kunna taka vándsku tína burtur? Kann tílíkt hjálpa tær? «Grønt oljutræ, prýtt við dýrum aldini», soleiðis nevndi Harrin teg at navni; við brakan og bralan sveið eldurin leyvsbløð tess og brendi greinarnar upp. Harri herliðanna, sum gróðursetti tykkum, hóttir tykkum við ógævu aftur fyri tað illa, sum Ísraels hús og Júda hús hava gjørt til tess at reita meg við at kynda offureld fyri Báali. Harrin gjørdi mær tað kunnugt, so at eg fekk tað at vita; tá læt hann meg eisini síggja gerðir teirra. Og eg var eins og heimalamb, ið leitt verður til slátranar; meg vardi ikki, at teir løgdu saman ráð ímóti mær: Latum okkum týna træið í blóma tess, slíta hann upp úr landi teirra livandi, so at navn hans ikki verður minst meira! Harri herliðanna, rættvísi dómari, sum rannsakar nýru og hjarta, lat meg síggja hevnd tína á teimum, tí at fram fyri teg havi eg lagt málevni mítt! Tí sigur Harrin soleiðis um menninar í Ánatot, sum royna eftir lívi mínum og siga: Profetera ikki í navni Harrans, tí at tá skalt tú doyggja fyri hondum várum! Ja, tí at so sigur Harri herliðanna: Sí, eg man heimsøkja teir; unglingar teirra skulu falla fyri svørði, og synir og døtur teirra doyggja í hungri. Og einki skal verða eftir hjá teimum; tí at eg lati ógævu koma yvir menninar í Ánatot á revsingarári teirra!
Rætt hevur tú, Harri, tá ið eg trætist við teg; men tó má eg tala við teg um rættin: Hví fylgir eydnan teimum gudleysu, og hví liva allir svikarar ekkaleysir? Tú gróðursetir teir, og teir festa røtur, teir næla og bera ávøkst. Teir hava teg á vørrum, men ikki í hjarta sínum. Men tú, Harri, kennir meg, tú sært meg og hevur rannsakað, hvussu hugur mín stendur til tín! Skil teir frá sum seyð til slátranar; halga teir drápsdegnum. Hvussu leingi skal landið syrgja og urtirnar følna um allan vøll? Vegna illskap teirra, sum í landinum búgva, farast bæði fenaður og fuglar, av tí at teir siga: Hann sær ikki forløg okkara. Tá ið menn til gongu renna teg móðan, hvussu kanst tú tá renna um kapp við hestar? Og tá ið tú ikki ert ekkaleysur í friðarligum landi, hvat kanst tú tá gera í runnaskógi Jórdans? Sjálvt brøður tínir og húsfólk faðirs tíns, eisini teir eru trúleysir ímóti tær og rópa aftan á teg, tað teir orka; trúgv teimum ikki, tó at teir tala blídliga til tín. Givið havi eg hús mítt yvir, havnað arvaluti mínum og givið hana, sum sál míni var kærast, upp í hendur fígginda hennara. Arvalutur mín varð mær eins og ljón á skógi og ýldi ímóti mær; tessvegna má eg hata hann. Er arvalutur mín vorðin mær marglittur ránsfuglur, umringaður av ránsfuglum? Komið, savnið saman øll djór á markini og latið tey koma at eta! Mangir hirðar hava oytt víngarð mín, hava traðkað niður arvalut mín, at oydnari heiði hava teir gjørt mín dýrmæta arvalut. Hann liggur allur í oyði, syrgjandi oyðin fyri ásjón míni; alt landið liggur í oyði, tí at eingin er, sum leggur nakað í tað. Ránsmenn tokaðu fram yvir allar skógarleysar heyggjar í oyðimørkini, tí at Harrin hevur svørð, sum oyðir landið endilangt; einki hold fær náðir. Teir sáaðu hveiti, men heystaðu tornir; av strevi sínum fingu teir einki gagn, og av úrtøku síni einans skomm vegna brennandi vreiði Harrans. So sigur Harrin um mínar vándu grannar, ið gera seg inn á tann arvalut, sum eg gav fólki mínum, Ísrael: Sí, eg slíti teir upp úr landi teirra, og Júda hús slíti eg upp úr miðjum teimum. Men eftir at eg havi slitið teir upp, várkunni eg teimum aftur og flyti hvønn teirra heim aftur á arvalut sín og inn í land sítt. Og um teir tá læra seg siðir fólks míns og svørja við navn mítt: «So satt sum Harrin livir!» eins og teir kendu fólki mínum at svørja við Báal, tá skulu teir verða uppbygdir í miðjum fólki mínum. Men lýða teir ikki, tá slíti eg tílíka tjóð upp við rót og beini fyri henni, sigur Harrin.
So segði Harrin við meg: Far og keyp tær línbelti og bind tað um lendar tínar; men lat tað ikki koma í vatn! Eftir orði Harrans keypti eg mær tá belti og bant tað um lendar mínar. Tá kom orð Harrans aftur til mín soljóðandi: Tak beltið, sum tú keypti tær, og sum tú hevur um lendar tínar, halt avstað við tí eystur til Frat og fjal tað har í bergskor. Og eg fór og fjaldi tað har við Frat, eins og Harrin hevði boðið mær. Men tá ið long tíð var umliðin, segði Harrin við meg: Halt avstað til Frat eftir beltinum, sum eg beyð tær at fjala har! Eg fór tá eystur at Frat og gróv beltið upp, har sum eg hevði fjalt tað, men sí, tá var beltið spilt, og var als eingin dugur í tí. Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: So sigur Harrin: Á henda hátt beini eg fyri hinum mikla stórlæti Júda og Jerúsalems! Hetta vánda fólkið, ið ikki vil lýða orðum mínum, men fylgir sínum treiska hjarta og eltir aðrar gudar til tess at dýrka og tilbiðja teir, tað skal verða eins og hetta beltið, sum als eingin dugur er í. Tí at eins og maðurin gyrðir beltið tætt at lendum sínum, soleiðis havi eg tikið alt Ísraels hús og alt Júda hús tætt at mær, sigur Harrin, til tess at teir skulu verða fólk mítt mær til navnframa, til lovs og heiðurs; men teir vóru ólýdnir! Og tú skalt siga við hetta fólkið: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Hvør ein vínkaggi verður fyltur við víni. Og um teir tá siga við teg: Vita vit ikki, at hvør ein vínkaggi verður fyltur við víni? tá skalt tú siga við teir: So sigur Harrin: Sí, eg vil fylla allar, sum búgva í hesum landinum, bæði kongarnar, sum sita á hásæti Dávids, og prestarnar og profetarnar og allar, sum búgva í Jerúsalem, so at teir verða fullir, og eg smildri teir hvønn móti øðrum, bæði fedrar og synir, sigur Harrin, uttan at eira og uttan eymkan og várkunn vil eg beina fyri teimum! Latið drambsemi fara og lýðið á og gevið gætur, tí at Harrin talar! Gevið Harranum, Guði tykkara, heiðurin, áður enn myrkrið kemur, áður enn føtur tykkara snáva á myrknandi fjøllum; tá munnu tit bíða eftir ljósi, men hann skal broyta tað í deyðamyrkur og gera tað til bølaniðu! Men lýða tit ikki, tá grætur sál mín í loyndum vegna hugmóðið og fellir beisk tár, og eygu míni flóta í gráti, tí at fylgi Harrans verður herleitt. Sig við kong og kongsmóður: Sessist lægri, tí at fallin er av høvdi tykkara hin dýrmæta krúnan. Lokaðar eru suðurlandsins borgir, eingin letur upp; í útlegd er allur Júda, herleiddur allur sum hann er. Hav upp eygum tínum og síggj: Teir koma úr norðuri! Hvar er nú fylgið, sum tær varð fingið, tínir dýrmætu seyðir? Men hvat fert tú at siga, tá ið teir fara at valda tær, sum tú hevði vant til at koma til tín sum vinir? Munnu tá ikki verkir koma á teg eins og á konu í barnferð? Og sigur tú í hjarta tínum: Hví hevur hetta borið mær á? Fyri tína miklu misgerð er klædnafaldur tín flettur upp um teg og hælir tínir nektaðir við valdi. Kann Blámaðurin broyta skinslit og pantarin flekkir sínar? Tá høvdu eisini tit, sum eru so kønir í tí illa, kunnað gjørt tað góða. Tí spjaði eg teir um eins og hálmstrá, ið fúka fyri vindi um oyðimørkina. Hetta er lutur tín og tín tilmáldi skamtur frá mær, sigur Harrin, aftur fyri at tú gloymdi meg og leit á lygn. Ja, klædnafald tín skal eg fletta upp fyri andlit títt, so at blygd tín verður ber; tín hordóm, tína neggjan, títt skammleysa skøkjulevnað – á heyggjunum úti á víðavangi sá eg tínar andstyggiligu gudar! Vei tær, Jerúsalem, tú verður ikki rein! Hvussu leingi skal tað vara enn til tess?
Orð Harrans, ið kom til Jeremia um turkin. Júda syrgir, teir í borgarliðunum ørmaktast og drýpa høvur til jarðar av sorg, harmaróp stígur upp úr Jerúsalem. Tignarmenn teirra senda sveinar sínar eftir vatni; teir koma at brunnunum, men finna einki vatn; við tómum ílátum koma teir aftur snópnir og skammfullir við huldum andliti. Yvir akurlendið, sum nøtrar av angist, av tí at einki regn kemur í landinum, eru jarðyrkismenninir og hylja andlit síni. Ja, sjálvt hindin í haganum fer frá sínum nýborna kálvi, av tí at eingin er gróðurin. Á skógarleysu heyggjunum standa villasnarnir og tiva eins og sjákálar; eygu teirra daprast, tí at ongar urtir eru. Vitna syndir okkara móti okkum, tá tak tær um reiggj, Harri, vegna navn títt, tí at mangan eru vit fráfalnir og hava syndað ímóti tær! Á, Ísraels vón og bjargari á neyðarstund, hví ert tú vorðin eins og fremmandur í landinum, eins og vallari, sum einans liggur nátt? Hví ert tú eins og ráðaleysur maður, eins og hetja, sum ikki megnar at hjálpa? Og tó ert tú, Harri, mitt ímillum okkara, navn títt er nevnt yvir okkum; lat okkum nú ikki farast! So sigur Harrin við hetta fólkið: Væl teimum dámar at reika um, fótum sínum eira teir ikki, men Harranum toknast teir ikki; hann minnist misgerðir teirra og heimsøkir syndir teirra! Og Harrin segði við meg: Tú skalt ikki biðja um gævu fyri hesum fólki. Tá ið teir fasta, vil eg ikki hoyra kvartan teirra, og tá ið teir bera fram brennioffur og grónoffur, man mær ongan tokka tykja í teimum, heldur vil eg við svørði og hungri og drepsótt beina fyri teimum med alla! Tá segði eg: Á, Harri drottin, sí, profetarnir siga jú við teir: Tit skulu ikki síggja svørð, og hungur skal ikki koma á tykkum; men støðugan frið gevi eg tykkum á hesum staði! Harrin svaraði mær: Profetarnir profetera lygnir í navni mínum; eg havi ikki sent teir og ikki boðið teimum ella talað við teir; lygisjónir og fánýtar spásagnir og svikaráð hjartna sína er tað, sum teir profetera fyri tykkum. Tí sigur Harrin soleiðis um hesar profetarnar, sum profetera í navni mínum, tó at eg havi ikki sent teir, og sum siga, at hvørki svørð ella hungur skal koma yvir hetta landið: Fyri svørði og hungri skulu hesir profetar falla. Tað fólkið, sum teir profetera fyri, skal verða tveitt út á Jerúsalems gøtur deytt av hungri og fyri svørði, og eingin skal jarða teir, hvørki teir ella konur teirra ella synir og døtur teirra; eg helli út illskap teirra yvir teir sjálvar. Og tú skalt mæla hesum orði við teir: Eygu míni skulu flóta í tárum dag og nátt uttan íhald, tí at moyggin, fólks míns dóttir, er illa løstað av sárum, ið einki kann grøða. Gangi eg út á víðavang, sí, tá liggja har svørðvignir menn, og fari eg inn í borgina, síggi eg hungursins kvalir; tí at bæði profetur og prestur fara burtur til land, sum teir ikki kenna. Hevur tú fullkomiliga havnað Júda, ella stendst sál tíni við Zion? Hví hevur tú sligið okkum, so at einki kann grøða okkum? Vit tráaðu eftir friði, men einki gott kemur, eftir heilsubótartíð, men sí, ræðslur koma! Vit kenna, Harri, gudloysi okkara og misgerðir fedra vára, at vit hava syndað móti tær! Sig okkum ikki burtur fyri navns tíns sakir; lat ikki dýrdarhásæti títt verða vanvirt; minst til sáttmálan við okkum og slít hann ikki! Kunnu hinir fánýtu heidningagudarnir geva regn, ella sendir himinin av sær sjálvum avfall? Er tað ikki tú, Harri, vár Guð? Tí bíða vit eftir tær! Tú hevur jú skapað alt hetta.
Tá segði Harrin við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón míni, skuldi hjarta mítt tó ikki vent sær at teimum, rek hetta fólkið burtur frá ásjón míni! Og um teir tá siga við teg: Hvar skulu vit fara? tá svara teimum: So sigur Harrin: Til deyða tann, sum deyða er ætlaður, til svørðs tann, sum svørði er ætlaður, til hungurs tann, sum hungri er ætlaður, og til herleiðingar tann, sum herleiðing er ætlaður. Fýra heimsøkingar lati eg koma yvir teir, sigur Harrin: Svørðið til at drepa, hundarnar til at draga burtur og himinsins fuglar og markarinnar djór til at eta upp og oyða. Eg geri teir til ræðslu fyri øll ríki á jørð fyri sakir Manasse Hizkiasonar Júdakongs fyri alt tað, sum hann gjørdi í Jerúsalem. Hvørjum tykir synd í tær, Jerúsalem, hvør eymkar teg, og hvør fregnast eftir, hvussu tær veit við? Tú segði meg burtur, sigur Harrin, vendi mær bakið; tí rætti eg út hond mína til tess at týna teg; eg eri troyttur av at várkunna. Við tíningartrogi tíni eg teir í borgarliðum landsins; eg geri fólk mítt barnleyst og oyði tað, fyri at teir ikki vendu við. Fleiri enn sandskornini við sævarflóð verða einkjur teirra; á alljósum degi sendi eg ránsmannin yvir móður unglingans; nøtran og angist lati eg brádliga koma á hana. Sjeysonamóðirin ørmaktast, andar burtur lív sítt; sól hennara setir á alljósum degi; skammfull og nipin gerst hon; og tað, sum eftir er av teimum, gevi eg svørðinum, tá ið teir flýggja undan fíggindanum, sigur Harrin. Vei mær, móðir, at tú føddi meg, meg, sum allir menn í landinum trætast og stríðast ímóti. Eg lænti ongum, og eingin lænti mær, og tó biðja allir ilt oman yvir meg! Av sanni havi eg, Harri, staðið frammi fyri tær og biðið gott fyri fíggindanum og strongt á teg, tá ið neyð og angist gekk á teir. Verður jarn brotið, jarn úr norðuri og kopar? Eyð og ognir tínar gevi eg burtur sum herfong, ikki fyri virði, men aftur fyri allar syndir tínar innan øll landamark tíni. Eg lati teg træla hjá fíggindum tínum í landi, sum tú ikki kennir; tí at eldur er kveiktur í nøs míni; hann logar ímóti tykkum. Tú veitst tað, Harri, hav meg í huga og hygg til mín, veit mær hevnd yvir teir, ið søkja at mær, og lat ikki langmóð títt vera atvoldin í falli mínum; vita skalt tú, at tín vegna verði eg spottaður av teimum, ið einkisvirða orð tíni. Bein fyri teimum, so at orð tíni mega verða gleði og fagnaður fyri hjarta mítt, tí at navn títt er nevnt yvir mær, Harri, Guð herliðanna! Ongantíð havi eg sitið og skemtað mær saman við hinum kátu; men gripin av hond tíni sat eg einsamallur, tí at tú hevði fylt meg við harmi. Hví er kvøl mín ævig og sár mítt ógrøðandi og batnar ikki aftur? Tú ert vorðin mær eins og svikafullur løkur, eins og vatn, ið ikki er lítandi á! Tí sigur Harrin soleiðis: Vendir tú við, skal eg aftur lata teg standa fyri ásjón míni, og skilir tú hitt dygdargóða frá tí, sum einki virði hevur, tá skalt tú vera eins og muður mín; teir skulu venda við til tín, men tú skalt ikki venda við til teirra. Og eg geri teg til óklívandi borgargarð av kopari ímóti hesum fólkinum; teir skulu stríðast ímóti tær, men ikki vinna á tær, tí at eg eri við tær til tess at hjálpa og bjarga tær, sigur Harrin. Eg bjargi tær undan valdi illgerðarmanna og loysi teg úr ránsmanna hondum.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú skalt ikki taka tær konu og ikki eiga synir og døtur á hesum staði. Tí at so sigur Harrin um teir synir og tær døtur, ið verða fødd á hesum staði, og um møðurnar, ið børnini ala, og um fedrarnar, sum gita tey í hesum landi: Ringan deyða skulu tey fáa. Hvørki skulu tey verða harmað ella jarðað; men sum taðfall skulu tey liggja oman á jørðini. Fyri svørði og hungri munnu tey farast, og lík teirra skulu verða føðsla hjá fuglum himinsins og jarðarinnar djórum. Tí at so sigur Harrin: Gakk ikki inn í sorgarhús og hav ikki lut í sorg teirra og harma tey ikki; tí at eg havi tikið mín frið frá hesum fólkinum, sigur Harrin, bæði náði og miskunn mína! Bæði stór og smá skulu doyggja í hesum landi og ikki verða jarðað; eingin skal harma tey, og eingin skeina seg ella raka sær skalla teirra vegna. Sorgarbreyð skal ikki verða brotið til ugganar yvir nakran deyðan, og ugganarbikarið skal ikki verða rætt teimum, ið faðir og móður hava mist. Sessast ikki í veitsluskála til at eta og drekka saman við teimum. Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg vil lata gleðiljóð og fagnaðarróp, rødd brúðgóms og rødd brúðar hvørva av hesum staði fyri eygum tykkara og á døgum tykkara. Men tá ið tú nú kunngert hesum fólki øll hesi orð, og tey siga við teg: Hví hevur Harrin hótt okkum við hesi miklu ógævu, og hvør er misgerð okkara, og hvør er tann synd, sum vit hava gjørt ímóti Harranum, Guði várum? tá skalt tú svara teimum: Av tí at fedrar tykkara søgdu meg burtur, sigur Harrin, og eltu aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir, men havnaðu mær og hildu ikki mína lóg; og tit gera meira ilt enn fedrar tykkara; tí at hvør tykkara ger eftir treiski vánda hjarta síns og lurtar ikki eftir mær. Tí vil eg varpa tykkum út úr hesum landinum, burtur í land, sum tit ikki hava kent, hvørki tit ella fedrar tykkara; og har skulu tit tæna øðrum gudum bæði dag og nátt; tí at eg vil ikki meira vera tykkum náðigur. Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, at tað ikki meira skal verða sagt: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn út úr Egyptalandi! – men: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn út úr norðurlandinum og úr øllum teimum londum, hagar sum hann hevði rikið teir. Og eg man flyta teir heim aftur í land teirra, sum eg gav fedrum teirra. Sí, eg sendi út fjøld av fiskimonnum, sigur Harrin, og teir skulu fiska teir. Síðan sendi eg út mangar veiðimenn, ið skulu jagstra teir av hvørjum fjalli og hvørjum heyggi og út úr hvørji bergskor. Tí at eygu míni síggja alla atferð teirra. Hon liggur ber fyri ásjón míni, og misgerð teirra er ikki fjald fyri eygum mínum. Men fyrst vil eg endurgjalda teimum tvífalt misgerð og synd teirra, at teir hava vanhalgað land mítt við ræum av sínum andskræmiligu gudum og fylt arvalut mín við andstygdum sínum. Harri, máttur mín og skjól mítt, vernd mín á neyðardegi, til tín skulu tjóðirnar koma frá ytstu útryðjum jarðar og siga: Lygnir eina hava fedrar okkara arvað, fánýtar gudar, eingin teirra er mentur at hjálpa! Kann maðurin gera sær gudar? Teir eru ikki gudar! Sí, tí vil eg nú lata teir kenna – ja, hesa ferðina vil eg lata teir kenna hond mína og styrki, so at teir viðurkenna, at navn mítt er Harrin!
Júda synd er ritað við grifli av jarni, rist á talvu hjartna teirra við diamantoddi og á altarhorn teirra sum minningartekin ímóti teimum, á teirra altarum og Ásjerustólpum, á hvørjum grønum træi og høgum hóli, á fjøllunum, á víðavangi. Eyð tín og allar ognir tínar gevi eg yvir til ráns aftur fyri allar syndir tínar í øllum landi tínum. Tá verður tú at lata av hondum arvalut tann, sum eg gav tær; og eg man lata teg træla fyri fíggindar tínar í landi, sum tú ikki kennir; tí at eldur logar í vreiði míni; ævinliga brennur hann. So sigur Harrin: Bølbiðin verði tann maður, sum troystar á menn og letur hold vera arm sín, men heldur hjarta sítt langt frá Guði! Hann verður eins og baraldur í fenlandi; hann fær einki gott at síggja; hann skal búgva í gløðandi oyðimørk, í saltlandi, har sum eingin tekur upp bústað. Sælur er tann maður, ið troystar á Harran, og hvørs álit Harrin er; hann verður líkur træi, sum er gróðursett við vatn, og sum toyggir røtur sínar út í løkir og ikki óttast, um hitin kemur, hvørs leyv altíð er grønt, sum ongan vanda hevur í turrum árum og ongantíð lættir av at bera ávøkst. Svikafult er hjartað fram um alt annað; tað er brekað, og hvør kennir tað? Eg, Harrin, royni hjartað og rannsaki nýru til tess at løna hvørjum eftir atferð hans, eftir ávøksti verka hans. Maðurin, ið vinnur sær órættvísan eyð, er eins og lynghøna, sum liggur á eggjum, ið hon ikki hevur vorpið; á hálvari ævi má hann lata hann frá sær, og við lívslok stendur hann sum dári. Dýrdarhásæti, hátt hevjað frá fyrndartíð, er staður halgidóms várs. Og tú, Harri, ert vón Ísraels; allir, ið siga teg burtur, verða til skammar; teir, ið fara frá tær, verða oyddir úr landinum; tí at teir hava havnað Harranum, lindini við tí livandi vatninum. Grøð meg, Harri, at eg má verða grøddur, og hjálp mær, at eg má verða hjálptur, tí at tú ert lov mítt. Sí, teir siga við meg: Hvar er nú orð Harrans? Lat tað nú evnast! Eg havi ikki borið meg undan at vera hirði hjá tær, og ógævudagin havi eg ikki biðið um, tað veitst tú; hvørt orð, ið kom um varrar mínar, er fyri ásjón tíni. Verð mær ikki ræðsla, tú mín vernd á ógævustund! Lat teir, ið søkja at mær, verða til skammar, og lat ikki meg verða til skammar; lat teir skelva av ræðslu, men ikki meg; lat ógævudagin koma yvir teir og sorla teir við tvífaldum sori! So segði Harrin við meg: Far og statt í liði fólksins, har sum Júdakongar ganga inn og út og í øllum borgarliðum Jerúsalems og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, tit Júdakongar og allir Júdamenn og allir íbúgvar Jerúsalems, ið ganga inn um hesi lið! So sigur Harrin: Varið tykkum fyri tykkara lív, at tit ikki á hvíludegnum fara undir nakra byrði ella bera hana inn um borgarlið Jerúsalems! Og onga byrði mega tit bera út úr húsum tykkara á hvíludegnum og einki verk vinna, men tit skulu halda hvíludagin heilagan, eins og eg beyð fedrum tykkara. Men teir lýddu ikki og løgdu ikki oyra við; teir gjørdust nakkafattir og vildu hvørki hoyra ella taka við aga. Men um tit av sanni lýða mær, sigur Harrin, so at tit ikki bera nakra byrði inn um liðið í hesi borg á hvíludegnum, men halda hvíludagin heilagan og einki verk inna á honum, tá skulu kongar og høvdingar, sum sita í hásæti Dávids og aka í vagnum og ríða á hestum, ganga inn um liðið í hesi borg, bæði teir og høvdingar teirra og Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems; og henda borgin skal vera bygd allar ævir. Og teir skulu koma úr Júda borgum og úr bygdunum kring Jerúsalem, úr Benjamins landi og av láglandinum og av fjallalandinum og av suðurlandinum við brenniofrum, sláturofrum og grónofrum, roykilsisofrum og takkarofrum til hús Harrans. Men lýða tit ikki orðum mínum um at halda hvíludagin heilagan og onga byrði bera inn um Jerúsalems borgarlið á hvíludegnum, tá vil eg seta eld á borgarliðini; hann skal brenna upp Jerúsalems hallir og ikki slokna.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: Far oman í hús leirkerasmiðarins; har vil eg lata teg hoyra orð míni. Eg fór tí oman í hús leirkerasmiðarins, og sí, tá arbeiddi hann við klingrurnar. Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt. Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Skuldi eg ikki gjørt við Ísraels hús eins og hesin leirkerasmiðurin, sigur Harrin; sí, eins og leirið í hond leirkerasmiðarins soleiðis eru tit í hond míni, Ísraels hús! Stundum hótti eg tjóð og ríki við at slíta tað upp, ríva niður og oyða tað; men tá ið tann tjóð, sum eg havi hótt, víkur frá vándsku síni, tá iðri eg meg um tað illa, sum eg hevði ætlað at gera henni. Og stundum tali eg til tjóð og ríki um at byggja tað upp og gróðurseta tað; men gera teir tað, sum ilt er í mínum eygum, so at teir ikki lýða rødd míni, tá iðri eg meg um tað góða, sum eg hevði ætlað at gera teimum. Og nú skalt tú siga við Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems: So sigur Harrin: Sí, eg búgvi tykkum ógævu til og leggi upp meinráð ímóti tykkum. Víkið tí hvør frá sínum vánda vegi og batnið í atferð og gerðum tykkara! Men teir munnu svara: Nei, eftir hugsanum várum vilja vit ganga og gera hvør eftir treiski vánda hjarta síns. Tí sigur Harrin soleiðis: Fregnast heidninganna millum, um nakar hevur hoyrt um tílíkt: Ræðuligt er tað, sum moyggin Ísrael hevur havst at! Man Libanons kavi hvørva av kletti hins alvalda, ella munnu fjallanna svalligu, rennandi áir torna upp? Men fólk mítt hevur gloymt meg og kynt offureld fyri lygnini. Teir snáva á vegum sínum, hinum gomlu gøtunum, og ganga leiðir, har eingin vegur er bygdur, til tess at gera land sítt at oyði, at ævigum spotti, so at hvør, ið kemur har framvið, øtast og ristir við høvdinum. Eins og fyri eystanvindi skal eg spjaða teir fyri fíggindunum; bakið og ikki andlitið man eg snúgva teimum á glatanardegi teirra. Tá søgdu teir: Komið, latum okkum leggja meinráð móti Jeremia, tí at ikki grettir prestinum leiðbeining, vísmanninum ráð ella profetinum orð; komið, latum okkum sláa hann við tunguni og lúra eftir øllum orðum hans. Gev mær tí gætur, Harri, og hoyr, hvat ið mótmálsmaður mín sigur! Skal tá gott verða lønt við illum? Tí at teir hava jú grivið sál míni grøv. Minst til, hvussu eg stóð fyri ásjón tíni til tess at fremja mál teirra og venda vreiði tíni frá teimum! Lat tí synir teirra svølta og koma fyri svørðseggjar, so at konur teirra verða barnleysar og einkjur, og lat menn teirra farast av drepsótt, og unglingar teirra falla fyri svørði í bardaga! Lat neyðarróp hoyrast úr húsum teirra, tá ið tú letur ránslið brádliga ráðast á teir; tí at teir hava grivið grøv til at veiða meg í og lagt snerrur fyri føtur mínar! Men tú, Harri, kennir øll deyðaráð teirra móti mær. Fyrigev ikki misgerð teirra og strika ikki út synd teirra fyri ásjón tíni; lat teir snáva fyri ásjón tíni og legg á teir á vreiðistund tíni!
So segði Harrin: Far og keyp tær krukku frá leirkerasmiðinum og tak við tær nakrar av fólksins og prestanna elstu og far út í dal Hinnomssonar, sum er fyri uttan Leirbrotaliðið, og kunnger har tey orð, sum eg vil tala til tín, og sig: Hoyrið orð Harrans, tit Júdakongar og íbúgvar Jerúsalems: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg man leiða ógævu yvir henda staðin, so at tað ymur fyri oyrum á øllum teimum, ið hoyra tað, – av tí at teir hava sagt meg burtur og vanmett henda staðin og har kynt offureld fyri øðrum gudum, sum hvørki teir ella fedrar teirra fyrr kendu, og Júdakongar hava fylt henda staðin við blóði sakleysra manna og reist Báalsheyggjarnar til tess at brenna í eldi børn síni sum brennioffur til Báal, tílíkt sum eg hvørki havi boðið ella talað um, og sum ongantíð hevur verið mær í huga! Sí, tessvegna skulu dagar koma, sigur Harrin, at hesin staður ikki meira skal eita Tófet ella dalur Hinnomssonar, men Drápsdalurin! Eg lati ráðagerðir Júda og Jerúsalem verða til einkis á hesum staði og lati teir falla fyri svørði á flótta undan fíggindum teirra og fyri hond teirra manna, ið royna eftir lívi teirra; og lík teirra gevi eg himinsins fuglum og jarðarinnar djórum til føðslu! Og hesa borgina geri eg til ræðslu og háð; allir, ið koma fram við henni, skulu øtast og læa háðandi yvir øll tey sár, sum hon hevur fingið. Teir skulu noyðast at eta holdið av sínum egnu sonum og døtrum og holdið hvør av øðrum, undir teimum neyðum og trongdum, ið fíggindar teirra og teir, ið sita um lív teirra, skulu lata á teir ganga! Síðan skalt tú bróta krukkuna sundur fyri eygum teirra manna, sum tú hevur við tær, og siga við teir: So sigur Harri herliðanna: Eg skal bróta sundur hetta fólkið og hesa borgina, á sama hátt sum leirker verður brotið sundur, so at tað ikki gerst aftur; og fólk skal verða jarðað í Tófet, av tí at eingin annar grevstrarstaður er eftir til at jarða í. Soleiðis skal eg gera við henda staðin og íbúgvar hans, sigur Harrin, til tess at gera hesa borgina Tófet líka; húsini í Jerúsalem og hjá Júdakongum skulu verða órein eins og Tófet, øll húsini, har teir uppi á takinum kyndu offureld fyri øllum herliði himinsins og heltu út droypioffur fyri øðrum gudum. Men tá ið Jeremia kom aftur úr Tófet, hagar sum Harrin hevði sent hann til tess at profetera, tók hann støðu í forgarðinum hjá húsi Harrans og mælti við alt fólkið: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg leiði yvir hesa borg og yvir allar bygdir kring um hana alla ta ógævu, sum eg hótti hana við, av tí at teir gjørdust nakkafattir og ikki lýddu orðum mínum.
Men tá ið presturin Pasjhur Immersson, yvirumsjónarmaður við tempul Harrans, hoyrdi Jeremia profetera soleiðis, tá sló hann hann og læt hann seta í stokkin í ovara Benjamins liði í húsi Harrans. Dagin eftir, tá ið Pasjhur loysti Jeremia úr stokkinum, segði Jeremia við hann: Harrin kallar teg ikki «Pashjur» men: «Mágor-Missabib». Tí at so sigur Harrin: Sí, eg geri teg til ræðslu fyri sjálvum tær og fyri øllum vinum tínum; teir skulu falla fyri svørði fígginda sína, meðan tú sjálvur hyggur at; og allan Júda gevi eg Bábelkongi upp í hendur; hann skal herleiða teir til Bábel og drepa teir við svørði; og allan eyð í hesi borgini og alt fæ og allar dýrgripir hennara og allar ognir Júdakonga gevi eg fíggindum teirra upp í hendur. Teir skulu ræna tað og taka tað við sær og flyta tað til Bábel! Og tú, Pasjhur, og allir, sum búgva í húsi tínum, skulu verða herleiddir, og tú skalt koma til Bábel; har skalt tú doyggja, og har skalt tú verða jarðaður saman við øllum vinum tínum, sum tú spáaði lygn fyri! Harri, tú tøldi meg, og eg læt meg tøla, tú tókst meg við hørðum og varðst mær yvirmentur! Nú verði eg støðugt útháðaður og spottaður av hvørjum manni. Tí hvørja ferð eg tali, má eg kvarta og rópa undan valdsgerð og yvirgangsverkum. Ja, allan dagin elvir orð Harrans mær háð og spott. Um eg hugsaði: Eg vil gloyma hann og ikki meira tala í navni hans, tá var tað sum eldur í barmi mínum, sum brandur byrgdur inni í beinum mínum. Nú eri eg móður og útlúgvaður; eg orki ikki meira. Tí at eg hoyri illmæli frá mongum, ræðslur frá øllum síðum: Klagið hann! og: Latum okkum stevna honum! Allir, sum eg var vinur við, royna eftir føri til at fella meg: Kanska hann letur seg tøla, so at vit verða honum yvirmentir og fáa yvir hann hevnd! Men Harrin er við mær eins og veldishetja, tí skulu teir, ið søkja at mær, snáva í máttloysi; teir skulu fáa skemd av síni miseydnaðu ætlan og verða ævinliga til skammar! Og tú, Harri herliðanna, sum roynir hin rættvísa og rannsakar nýru og hjarta, lat meg síggja hevnd tína á teimum, tí at fram fyri teg leggi eg málevni mítt! Syngið fyri Harranum, hálovið Harranum, tí at hann bjargar lívi hins fátæka undan valdi illgerðarmanna! Bølbiðin veri dagurin, tá ið eg varð føddur; dagurin, tá móðir mín átti meg, veri ikki signaður! Bølbiðin veri hin maðurin, ið flutti faðir mínum hesi gleðitíðindi: Sveinsbarn er føtt tær! og soleiðis gleddi hann í stórum. Gangist tí manni eins og borgunum, ið Harrin kollvelti eirindaleyst; á morgni hoyri hann róp og á hádegi hergný, fyri at hann ikki læt meg doyggja í móðurlívi, so at móðir mín var vorðin grøv mín, og kviður hennara ævinliga við barn! Hví mundi eg koma av móðurlívi til tess at tola kvalir og stríð og slíta ævi mína í skomm!
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum ta ferðina, tá ið Zidkia kongur sendi Pasjhur Malkiason og prestin Zefanja Máasejason til hansara við hesi orðsending: Gakk og leita ráð við Harran fyri okkum, tí at Nebukadnezar, Bábelkongur, herjar á okkum; kanska Harrin vil veita okkum dugnað á sama undurfulla hátt sum áður, so at Nebukadnezar fer frá okkum aftur! Jeremia svaraði teimum: Soleiðis skulu tit siga við Zidkia: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sí, vápnini í hondum tykkara, sum tit berjast við fyri uttan borgargarð ímóti Bábelkongi og Kaldeum, ið kringseta tykkum, teimum snúgvi eg ímóti tykkum sjálvum og lati Kaldear koma í fylking mitt inn í hesa borgina. Og eg skal sjálvur berjast ímóti tykkum við útrættari hond og sterkum armi í vreiði og bræði og í miklari øði, og eg slái íbúgvarnar í hesi borg, ja bæði fólk og fenað við herviligari drepsótt, so at alt týnir lívið. Síðan, sigur Harrin, gevi eg Zidkia Júdakong og tænarar hans og tað, sum eftir er av fólki í hesi borg eftir drepsóttina, svørðið og hungurin, upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs og upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra manna, ið sita um lív teirra; og hann skal drepa teir við svørði eirindaleyst og uttan eymkan og uttan várkunn! Og tú skalt siga við hetta fólkið: So sigur Harrin: Sí, eg leggi fram fyri tykkum deyðans veg og lívsins veg. Teir, sum verða verandi eftir í hesi borgini, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt; men teir, sum rýma av stað og binda felag við Kaldear, ið kringseta tykkum, skulu liva og vinna lív sítt eins og herfong. Tí at eg snúgvi andliti mínum móti hesi borg til ógævu og ikki til gævu, sigur Harrin, hon skal verða givin í vald Bábelkongs, og hann skal brenna hana upp. Og sig við hús Júdakongs: Hoyrið orð Harrans, Dávids hús! So sigur Harrin: Haldið á morgni rættvísan dóm og hjálpið hinum rænda úr valdsmansins hondum, til tess at ikki vreiði mín geisar upp eins og eldur og brennur ósloknandi vegna illverk tykkara! Nú skal eg ráðast á teg, tú sum í dalinum býrt, kletturin á slættanum, sigur Harrin, tykkum, ið siga: Hvør kann herja á okkum? Hvør kann bróta inn í bústaðir okkara? Nú skal eg løna tykkum eftir ávøkstri verka tykkara, sigur Harrin; eg seti eld á skóg tykkara; alt har um leið skal hann brenna!
Soleiðis mælti Harrin: Far tú oman at Júdakongsins høll og flyt har hesa røðu og sig: Hoyr orð Harrans, tú Júdakongur, sum situr í hásæti Dávids, tú og tænarar tínir og fólk títt, ið ganga inn um hesi lið! So sigur Harrin: Fremjið rætt og rættlæti og hjálpið hinum rænda úr valdsmansins hondum, kúgið ikki hin fremmanda, faðirloysingan og einkjuna og farið ikki við valdsgerðum og hellið ikki út sakleyst blóð á hesum staði! Tí at gera tit eftir hesum orðum, tá skulu kongarnir, sum sita á hásæti Dávids, ganga inn um liðini á hesum húsi við vagnum og á hestbaki, bæði teir og tænarar teirra og fólk teirra. Men lýða tit ikki hesum orðum, tá svørji eg við sjálvan meg, sigur Harrin, at henda høllin skal verða løgd í oyði. So sigur Harrin um høll Júdakongs: Tú vart mær sum Gilead, sum Libanons fjallatindur! Vissuliga geri eg teg til oyðimørk eins og mannaoyddar borgir! Eg halgi ránsmenn ímóti tær hvønn við sínum vápnum; teir skulu fella tíni dýrmætu sedristrø og tveita á eldin! Og mangar tjóðir munnu koma fram við hesi borg, og menn spyrja hvør annan: Hví man Harrin hava farið soleiðis við hesi miklu borg? Og tað skal verða svarað: Av tí at teir hava havnað sáttmála Harrans, Guðs síns, og dýrkað og tilbiðið aðrar gudar. Grátið ikki um tann deyða og harmið hann ikki, men grátið heldur um tann, sum burtur fór; tí at hann kemur ikki heim aftur, og sítt føðiland sær hann ikki aftur. Tí at so sigur Harrin um Sjallum Jósiason, Júdakong, ið tók við ríki eftir faðir sín Jósia: Hann, sum fór burtur frá hesum staði, skal ongantíð koma aftur higar; men á tí staðnum, sum hann varð herleiddur til, har skal hann doyggja og aldri síggja hetta landið aftur. Vei honum, ið byggir hús sítt við ranglæti og loftsalir sínar við órætti, sum letur landa sín træla fyri einki og onga løn veitir honum, sum sigur: Eg vil reisa mær rúmsátt hús og loftgóðar salir, seta gluggar í, brósta við sedrisviði og mála við royðu. Ert tú kongur til tess at breggja við sedrisviði? Faðir tín, mundi hann ikki eta og drekka og fremja rætt og rættlæti? Tá mundi vignast væl fyri honum. Hann framdi rættin hjá neyðstøddum og fátækum, tá vignaðist væl fyri honum; er tílíkt ikki at kenna meg? sigur Harrin. Tí at eygu tíni og hjarta títt stunda einans á egnan vinning og eftir at hella út sakleyst blóð, at inna valdsgerð og yvirgangsverk. Tí sigur Harrin soleiðis um Jójakim Jósiason, Júdakong: Menn skulu ikki syrgja hann og siga: Á, bróðir mín! Á, systir mín! Teir skulu ikki harma hann og siga: Á, Harri! Á, dýrd hans! Eins og asni skal hann verða jarðaður, verða drigin burtur og tveittur langt út um Jerúsalems borglið. Far upp á Libanon og rópa, lat rødd tína gella í Básjan; rópa frá Ábarim; tí at sorlaðir eru allir ástvinir tínir. Eg talaði til tín í trygd tíni, men tú sýtti at lýða; soleiðis var siður tín frá ungdómi tínum; rødd míni vildi tú ikki lýða. Allar hirðar tínar skal vindurin hirða, og ástvinir tínir fara í útlegd; skomm og skemd skalt tú ljóta fyri alla vándsku tína. Tú, sum hølast á Libanon og reiðrast í sedristrøunum, hvør manst tú stynja, tá ið riðini koma á teg, kvalir eins og á konu í barnferð! So satt sum eg livi, sigur Harrin, um so sonur Jójakims Júdakongs var innsiglisringurin á høgru hond míni, reiv eg teg kortini burtur. Eg gevi teg upp í hendur teirra, sum sita um lív títt, og upp í hendur teirra, sum tú óttast, upp í hendur Nebukadnezars, Bábelkongs, og upp í hendur Kaldea. Og eg varpi tær og móður tíni, sum føddi teg, burtur í annað land, har sum tit ikki eru fødd, og har skulu tit doyggja. Men í tað landið, sum sál teirra langtar eftir, skulu teir ongantíð koma heim aftur. Er tá hesin maðurin Konja bert eitt vanmett ílát til at bróta sundur ella ker, sum eingin leggur í? Hví skal tá hann við avkomi sínum verða burturtveittur og útrikin í land, sum hann ikki kennir? Á land, land, land! Hoyr orð Harrans! So sigur Harrin: Skrásetið henda mannin sum barnleysan, sum mann, ið einki eydnast fyri alla ævi sína, tí at ongum manni av hansara ætt skal eydnast at sita í hásæti Dávids og ráða fyri Júda ríki.