text
stringlengths
1
888k
Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Og Guð segði: «Verði ljós!» Og tað varð ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fyrsti dagur. Og Guð segði: «Verði hválv í miðjum vøtnunum, og tað skilji vøtn frá vøtnum!» Og tað varð so. Guð gjørdi hválvið og skildi vatnið niðri undir hválvinum frá vatninum uppi yvir hválvinum; og Guð kallaði hválvið himmal. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – annar dagur. Og Guð segði: «Savnist vøtnini undir himmalinum á ein stað, so at turrlendið kemur undan!» Og tað varð so. Og Guð kallaði turrlendið jørð, og savnið av vøtnunum kallaði hann hav. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð segði: «Jørðin lati spretta av sær grønt gras, urtir við fræi í, og aldintrø, sum hvørt ber ávøkst, eftir sínum kyni við fræi í, á jørðini!» Og tað varð so. Jørðin læt spretta fram grønt gras, urtir við fræi í, hvørja eftir sínum kyni, og aldintrø, sum bóru ávøkst við fræi í, hvørt eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – triði dagur. Og Guð segði: «Verði ljós á himmalhválvinum til at skilja dag frá nátt, og tey skulu vera til merkis og til at avmarka hátíðir, dagar og ár, og tey skulu vera ljós á himmalhválvinum til at lýsa á jørðina!» Og tað varð so. Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina, og stjørnurnar. Og Guð setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðina, og at ráða degi og nátt og at skilja ljósið frá myrkrinum. Og Guð sá, at tað var gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fjórði dagur. Og Guð segði: «Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!» Og tað varð so. Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð vælsignaði tey og segði: «Nørist og fjølgist og fyllið havsins vøtn, og fuglarnir fjølgist á jørðini!» Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fimti dagur. Og Guð segði: «Jørðin ali fram livandi skepnur, hvørja eftir sínum kyni, fenað, skriðkykt og villdjór, hvørt eftir sínum kyni!» Og tað varð so. Og Guð gjørdi villdjórini, hvørt eftir sínum kyni, og fenaðin eftir sínum kyni, alskyns skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð segði: «Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!» Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: «Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!» Og Guð segði framvegis: «Sí, eg gevi tykkum alskyns fræberandi urtir á allari jørðini og alskyns trø, sum bera ávøkst við fræi í; tey skulu tit hava til føði. Og øllum djórunum á jørðini og øllum himmalsins fuglum og øllum, sum skríður á jørðini, øllum tí, sum hevur lívsanda, gevi eg alt gras og grønar urtir til føði!» Og tað varð so. Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – sætti dagur.
Soleiðis vórðu himin og jørð og allur herur teirra fullgjørd. Og Guð fullgjørdi á sjeynda degi verk sítt, sum hann hevði skapað; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. Guð vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt. Hetta er søgan um uppruna himins og jarðar, tá ið tey vórðu skapað. Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin – men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Guð enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; men upp úr jørðini kom kelda og vætaði alla markina – tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu. Síðan plantaði Harrin Guð aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað. Og Harrin Guð læt úr dyrkilendinum spretta upp alskyns trø, frálík á at líta og góð til matna og í miðjum aldingarði lívsins træ og træ kunnleikans um gott og ilt. Úr Eden rann stórá til at væta aldingarðin; fyri uttan greinaðist hon sundur og varð til fýra áir. Hin fyrsta eitur Pisjon; hon rennur kring um alt landið Hávila, har sum gullið finst; og gullið har í landinum er gott; har finst eisini bdellium og sjóhamsteinur. Onnur áin eitur Gihon; hon rennur kring um alt landið Kusj Triðja áin er Hiddekel; hon rennur fyri eystan Assýriu. Fjórða áin er Frat. Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: «Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!» Harrin Guð segði nú: «Ikki er gott, at maðurin er einsamallur; eg vil gera honum medhjálp, sum hóskar honum.» Og Harrin Guð myndaði úr mold øll djór á markini og allar fuglar himinsins og læt tey koma fram fyri Ádam til tess at sjá, hvat navn hann fór at geva teimum, tí at hvør livandi skepna skuldi bera tað navn, sum hann gav henni. Ádam gav øllum fenaðinum og fuglum himinsins og øllum djórum á markini nøvn – men til sín sjálvs fann Ádam onga hóskandi medhjálp. Tá læt Harrin Guð fastan svøvn koma á Ádam; og tá ið hann var sovnaður, tók hann eitt av rivjabeinum hans og fylti aftur í aftur við holdi. Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami og leiddi hana til Ádams. Tá mælti Ádam: «Hesa ferðina er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi; hon skal kallast kallinna, tí av kallmanni er hon tikin!» Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold. Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara, men blúgvaðust tó ikki.
Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: «Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?» Konan svaraði orminum: «Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði, hevur Guð sagt, at vit mega ikki eta og ikki nerta hann, tí annars verður deyðin okkum vísur.» Men ormurin segði við konuna: «Tit skulu als ikki doyggja. Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.» Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. Men tá lótust eyguni upp á teimum báðum; og tá ið tey vórðu vør við, at tey vóru nakin, tóku tey at seyma sær belti úr bløðunum av fikutrøum. Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: «Hvar ert tú?» Hann svaraði: «Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin.» Tá segði hann: «Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!» Ádam svaraði: «Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.» Tá segði Harrin Guð við konuna: «Hvat hevur tú gjørt?» Konan svaraði: «Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át.» Tá mælti Harrin Guð við ormin: «Fyri at tú gjørdi hetta, skalt tú verða bannaður millum allan fenaðin og millum øll djór á markini; á búki tínum skalt tú skríða og eta mold allar ævidagar tínar! Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!» Við konuna segði hann: «Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!» Við Ádam segði hann: «Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða tær bannað tín vegna; við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar. Tornir og tistlar skal hon bera tær; og tú skalt eta urtir markarinnar. Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!» Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva. Síðan gjørdi Harrin Guð Ádami og konu hans skinnbúnar og læt tey í teir. Tá segði Harrin Guð: «Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum! Nú má hann ikki rætta út hond sína og taka eisini av lívsins træi og eta og liva um allar ævir!» Tá koyrdi Harrin Guð hann út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ.
Og Ádam kendi konu sína Evu; og hon varð við barn og føddi Káin og mælti: «Mansbarn hevur mær ognast við Harrans hjálp!» Síðan føddi hon øðrum sinni bróður hansara Ábel. Og Ábel varð seyðamaður, men Káin varð jarðyrkismaður. Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum, av fiti tess. Harrin leit við tokka til Ábels og gávu hans; men til Káins og gávu hans leit hann ikki við tokka. Hetta varð Káin ógvuliga illur um og gekk og lútaði við høvdinum. Tá segði Harrin við Káin: «Hví ert tú illur, og hví gongur tú og lútar við høvdinum? Tá ið tú gert tað, ið gott er, kanst tú treystliga hyggja upp; men tá ið tú ikki gert tað, ið gott er, tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!» Men Káin øvundaði Ábel, bróður sín; og einaferð, tá ið teir vóru úti í bønum, ráddist Káin á Ábel og drap hann. Tá segði Harrin við Káin: «Hvar er Ábel, bróðir tín?» Hann svaraði: «Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mín?» Men hann segði: «Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróður tíns rópar til mín frá jørðini! Nú skalt tú verða bannaður burtur frá akurlandinum, sum læt upp munn sín og drakk blóð bróður tíns av hond tíni! Tá ið tú dyrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær av gróðrarmegi síni; flýggjandi skalt tú flakka um jørðina!» Tá segði Káin við Harran: «Misgerð mín er mær ov tung at bera! Sí, nú rekur tú meg burtur av akurlandinum, og eg verði at krógva meg fyri tær og má flýggjandi flakka um jørðina, og hvør tann, ið hittir meg, kann drepa meg!» Men Harrin segði við hann: «Nei, um Káin verður dripin, tá skal hann sjey ferðir hevndur verða!» Og Harrin setti merki á Káin, til tess at ikki hvør tann, ið hitti hann, skuldi drepa hann. Síðan fór Káin burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod fyri eystan Eden. Káin kendi konu sína; og hon varð við barn og átti Hánok. Hann bygdi borg og kallaði hana Hánok eftir syni sínum. Og Hánoki føddist Írad, og Írad gat Mehújael, Mehújael gat Metúsjael, og Metúsjael gat Lamek. Og Lamek tók sær tvær konur, onnur æt Ada og hin Zilla. Ada átti Jábal; hann varð ættfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og eiga fenað. Bróðir hansara æt Júbal; hann varð ættfaðir alra teirra, sum leika hørpu og ljóðpípu. Zilla átti eisini son, Túbal-Káin; hann varð ættfaðir alra teirra, sum smíða úr kopari og jarni. Systir Túbal-Káins æt Náama. Tá mælti Lamek við konur sínar Adu og Zillu: «Hoyrið meg, konur Lameks! Gevið orðum mínum ljóð: Mann vá eg fyri hvørt sár mítt og ungmenni fyri hvørja skeinu, sum eg fekk. Varð Káin sjey ferðir hevndur, tá skal Lamek sjeyti og sjey ferðir hevndur verða.» Og Ádam kendi aftur konu sína; og hon átti son og nevndi hann Set; «tí,» segði hon, «Guð hevur sett mær avkom í stað Ábels, sum Káin drap.» Og Seti varð eisini føddur sonur, og hann nevndi hann Enosj. Um tað mundið fóru menn at ákalla navn Harrans.
Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan. Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey «menniskjur», tá ið tey vórðu skapað. Ádam livdi í eitt hundrað og tríati ár, og hann gat son í líki sínum og eftir mynd síni og nevndi hann Set. Og Ádam livdi átta hundrað ár, eftir at hann hevði gitið Set; og hann gat synir og døtur. Soleiðis vórðu allir ævidagar Ádams níggju hundrað og tríati ár; tá doyði hann. Tá ið Set var eitt hundrað og fimm ára gamal, gat hann Enosj. Og eftir at Set hevði gitið Enosj, livdi hann átta hundrað og sjey ár; og hann gat synir og døtur. Soleiðis vórðu allir ævidagar Sets níggju hundrað og tólv ár; tá doyði hann. Og tá ið Enosj var níti ára gamal, gat hann Kenan. Og eftir at Enosj hevði gitið Kenan, livdi hann átta hundrað og fimtan ár; og hann gat synir og døtur. Og allir ævidagar Enosjar vórðu níggju hundrað og fimm ár; tá doyði hann. Tá ið Kenan var sjeyti ára gamal, gat hann Máhálalel; og eftir at Kenan hevði gitið Máhálalel, livdi hann átta hundrað og fjøruti ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Kenans vórðu níggju hundrað og tíggju ár; tá doyði hann. Tá ið Máhálalel var seksti og fimm ára gamal, gat hann Jared. Og eftir at Máhálalel hevði gitið Jared, livdi hann átta hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Máhálalels vórðu átta hundrað og níti og fimm ár; tá doyði hann. Tá ið Jared var eitt hundrað og seksti og tvey ára gamal, gat hann Enok. Og eftir at Jared hevði gitið Enok, livdi hann átta hundrað ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Jareds vórðu níggju hundrað og seksti og tvey ár; tá doyði hann. Tá ið Enok var seksti og fimm ára gamal, gat hann Metúsalem. Og Enok gekk við Guði; og eftir at hann hevði gitið Metúsalem, livdi hann trý hundrað ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Enoks vórðu trý hundrað og seksti og fimm ár. Og eftir at Enok hevði livað við Guði, hvarv hann, av tí at Guð tók hann burtur. Tá ið Metúsalem var eitt hundrað og áttati og sjey ára gamal, gat hann Lamek. Og eftir at Metúsalem hevði gitið Lamek, livdi hann sjey hundrað og áttati og tvey ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Metúsalems vórðu níggju hundrað og seksti og níggju ár; tá doyði hann. Tá ið Lamek var eitt hundrað og áttati og tvey ára gamal, gat hann son; og hann nevndi hann Nóa og mælti: «Hesin skal veita okkum ugga í okkara tunga stríði og strevi á hesi jørð, sum Harrin hevur bannað.» Eftir at Lamek hevði gitið Nóa, livdi hann fimm hundrað og níti og fimm ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Lameks vórðu sjey hundrað og sjeyti og sjey ár; tá doyði hann. Og tá ið Nóa var fimm hundrað ára gamal, gat hann Sem, Kam og Jáfet.
Men tá ið menninir tóku at fjølgast á jørðini, og døtur vórðu teimum føddar, tá bar so á, at synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á. Tá segði Harrin: «Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.» Á teimum døgum vóru risarnir á fold og eisini seinni, tí at synir Guðs vóru gingnir inn til mannadøtranna, og tær føddu teimum børn; tað vóru hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar. Tá ið Harrin sá, at illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag, tá iðraði Harrin seg um at hava skapað menniskjuna á fold; og tað neit hann í hjartað. Og Harrin segði: «Eg vill oyða menniskjuna, sum eg havi skapað, burtur av jørðini, bæði menn og fenað, skriðkykt og fuglar himinsins, tí meg iðrar at hava skapað tey!» Men Nóa fann náði í eygum Harrans. Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði. Og Nóa gat tríggjar synir: Sem, Kam og Jáfet. Men jørðin var spilt í eygum Harrans; og jørðin fyltist av yvirgangsverkum. Guð leit at jørðini og sí, hon var vorðin spilt, tí at alt hold hevði spilt leið sína á fold. Tá mælti Guð við Nóa: «Eg havi rátt av at gera enda á øllum holdi, tí av teirra ávum er jørðin full av yvirgangsverkum; nú vil eg oyða tey burtur av jørðini! Men ger tú tær ørk av goferviði; og tú skalt gera herbergi í ørkini og bræða hana bæði innan og uttan við biki. Og tú skalt gera ørkina soleiðis: Trý hundrað alnir skal hon vera long, fimmti alnir breið og tríati alnir høg. Og takið skalt tú leggja á ørkina, so at tað røkkur eina alin útum frá í erva; og á síðu hennara skalt tú seta hurð og leggja trý loft í ørkina: eitt niðasta, eitt miðloft og eitt ovasta loft. Sí, eg lati nú vatnflóðina koma yvir jørðina til at avoyða alt hold við lívsanda í undir himninum; alt, sum á jørðini er, skal týna lívið! Men við teg vil eg gera sáttmála mín: tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir og kona tín og sonakonur tínar við tær. Av øllum djórum, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum kyni inn í ørkina til at verða á lívi saman við tær; tey skulu vera kalldjór og kvenndjór, av fuglunum eftir sínum kyni, av fenaðinum eftir sínum kyni og av øllum skriðkykti jarðar eftir sínum kyni; av øllum skal eitt par koma til tín til tess at verða á lívi. Og tú skalt taka av alskyns etandi mati og savna tað til tín, so at tað kann verða tær og teimum til føðslu.» Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum.
Tá segði Harrin við Nóa: «Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði. Av øllum reinum djórum skalt tú taka tær sjey pør, kalldjór og kvenndjór; og av øllum teimum djórum, sum ikki eru rein, eitt par, kalldjór og kvenndjór. Eisini av fuglum himinsins sjey pør, kalldjór og kvenndjór til tess at lata avkom eftir seg á allari jørðini. Tí at um sjey dagar lati eg tað regna á jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur og oyði av jørðini hvørja skepnu, sum eg havi skapað.» Nóa gjørdi nú í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið honum. Nóa var seks hundrað ára gamal, tá ið vatnflóðin kom yvir jørðina. Nóa og synir hans, kona hans og sonakonur hans við honum fóru tá inn í ørkina undan vatnflóðini. Av reinum djórum og av teimum djórum, ið ikki vóru rein, av fuglunum og øllum, sum skríður á jørðini, komu pørini eitt fyri og annað eftir til Nóa í ørkina, kalldjór og kvenndjór eins og Harrin hevði boðið Nóa. Og tá ið nú teir sjey dagarnir vóru umlidnir, kom vatnflóðin yvir jørðina. Á sætta hundraðasta aldursári Nóa, á seytjanda degi í øðrum mánaði, á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur. Á hesum sama degi fór Nóa inn í ørkina og við honum synir hansara Sem, Kam og Jáfet, kona hansara og sonakonur hans tríggjar, og somuleiðis øll villdjórini eftir sínum kyni og allur fenaður eftir sínum kyni og alt skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni og allir fuglar eftir sínum kyni og alt, sum veingir hevur; av øllum holdi, sum lívsanda hevur, fóru tey eitt parið fyri og annað eftir inn í ørkina til Nóa. Av øllum holdi gingu tey inn, kalldjór og kvenndjór, eins og Guð hevði boðið honum. Og Harrin læt aftur eftir honum. Tá kom vatnflóðin yvir jørðina í fjøruti dagar, og vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon varð hevjað upp frá jørðini. Og vatnið megnaðist og vaks stórum á jørðini, og ørkin rak um á vatninum. Og vatnið vaks og vaks á jørðini, til øll hini høgu fjøll, sum eru undir øllum himninum, vóru undir; fimtan alnir stóð vatnið fyri oman fjøll og fjaldi tey. Tá doyði alt hold, sum rørdist á jørðini, bæði fuglar og fenaður, villdjórini og alt skriðkykt, sum skreið á jørðini, og allar menniskjur, alt, sum hevði lívsanda í nasum sínum, alt, sum var á turrlendinum, tað doyði. Soleiðis avoyddi hann allar skepnur, ið vóru á jørðini, bæði fólk og fenað, skriðkykt og himinsins fuglar, tað oyddist burtur av jørðini. Einans Nóa var eftir og tey, sum við honum vóru í ørkini. Og vatnið megnaðist á jørðini í eitt hundrað og fimmti dagar.
Tá mintist Guð Nóa og øll djórini og allan fenaðin, sum var við Nóa í ørkini; og Guð læt vind blása yvir jørðina, so at vatnið tók at minka; keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av. Og vatnið hvarv í hvørjum av jørðini og minkaði burtur eftir hundrað og fimmti døgum. Seytjanda dagin hins sjeynda mánaðar stóð ørkin á Árarats fjalli. Og vatnið minkaði so við og við alt fram at tíggjunda mánaði; og fyrsta dag hins tíggjunda mánaðar komu fjallatindarnir undan. Tá ið nú fjøruti dagar vóru umlidnir, læt Nóa upp gluggan, sum hann hevði gjørt á ørkina, og sendi ravn út; hann helt á at fljúgva aftur og fram, til vatnið tornaði av jørðini. Síðan slepti hann dúgvu út til at vita, um vatnið var farið av jørðini. Men tá ið hon ongan stað fann til at hvíla seg á, snúðist hon aftur til hansara í ørkina; tí at enn var vatn yvir allari jørðini; hann rætti tá hondina út og tók hana til sín inn í ørkina. Síðan bíðaði hann aftur aðrar sjey dagar og slepti aftur dúgvuni út úr ørkini. Móti kvøldi kom dúgvan aftur til hansara og hevði grønt oljuviðarblað í nevinum; tá skilti Nóa, at vatnið var farið av jørðini. Hann bíðaði tá aftur aðrar sjey dagar og slepti síðan dúgvuni út; men tá kom hon ikki aftur til hansara meira. Og á sætta hundraðasta og fyrsta aldursári Nóa, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, var vatnið tornað av jørðini; tá tók hann takið av ørkini, leit um seg og sá, at jørðin var turr. Á tjúgunda og sjeynda degi í øðrum mánaði var jørðin turr. Tá talaði Guð við Nóa og segði: «Far út úr ørkini, tú og kona tín og synir tínir og sonakonur tínar við tær; og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum!» Tá fór Nóa út og synir hans og kona hans og sonakonur við honum; øll villdjórini, allur fenaður og allir fuglar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, hvørt eftir sínum kyni, fór út úr ørkini. Tá reisti Nóa Harranum altar og tók av øllum reinum djórum og øllum reinum fuglum og ofraði brennioffur á altarinum. Men tá ið Harrin kendi góðan royk, segði hann við sjálvan seg: «Eg vil ikki aftur banna jørðina mannanna vegna; tí at hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans; eg vil ongantíð aftur deyða alt, sum livir, eins og eg nú havi gjørt. Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.»
Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: «Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina! Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera. Alt, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føðslu; eins og hinar grønu urtirnar gevi eg tykkum nú alt hetta. Men kjøt, sum sálin – tað er blóðið – er í, skulu tit ikki eta. Eg krevji hevnd fyri tykkara egna blóð; av hvørjum djóri krevji eg hevnd fyri blóð mansins; og yvir hvønn mann krevji eg hevnd fyri mannalív. Hann, ið úthellir mannablóð, av manni skal hansara blóð verða úthelt; tí at eftir mynd síni skapaði Guð mannin. Men nørist tit og fjølgist og fyllið jørðina og leggið hana undir tykkum!» Og Guð mælti við Nóa og synir hans, ið hjá honum vóru, og segði: «Sí, mín sáttmála vil eg nú gera við tykkum og eftirkomarar tykkara eftir tykkum; og við allar livandi skepnur, ið eru hjá tykkum, við fuglar og fenað og við øll villdjór á fold, við alt, sum gekk út úr ørkini, við øll djór jarðarinnar. Mín sáttmála geri eg við tykkum, at ongantíð skal alt hold aftur verða oytt av vatnflóð, og ongantíð skal flóð koma aftur til at oyða jørðina.» Og Guð segði: «Hetta skal vera merki sáttmálans, sum eg geri millum mín og tykkara og allar livandi skepnur, ið hjá tykkum eru, fyri øll komandi ættarlið: Boga mín seti eg í skýggið; og hann skal vera sáttmálamerkið ímillum meg og jørðina. Og hvørja ferð eg dragi skýggini saman yvir jørðina, og bogin sæst í skýggjunum, tá man eg minnast á sáttmálan, ið er millum mín og tykkara og allar skepnur av øllum holdi; og ikki skulu vøtnini aftur verða til vatnflóð til at oyða alt hold. Tá ið tá bogin stendur í skýggjunum, skal eg líta at honum til tess at minnast á hin æviga sáttmálan millum Guð og allar skepnur av øllum holdi, sum eru á jørðini.» Síðan segði Guð við Nóa: «Hetta er merki sáttmálans, ið eg geri millum meg og alt hold, sum er á jørðini.» Synir Nóa, sum gingu út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jáfet; men Kam var faðir Kánáans. Hesir tríggir vóru synir Nóa; og frá teimum er ættað alt fólkið á jørðini. Jarðyrkismaðurin Nóa var fyrsti maður, ið legði inn víngarð. Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann varð drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum. Tá sá Kam, faðir Kánáans, nakni faðirs síns og fór út og segði tað fyri brøðrum sínum. Men Sem og Jáfet tóku skikkjuna og løgdu sær á herðar; síðan gingu teir inn aftur eftir hæli og huldu nakni faðirs síns; men andlit teirra horvdu burtur, so at teir sóu ikki nakni faðirs síns. Tá ið Nóa vaknaði úr víndúrinum og fekk at vita, hvat yngsti sonur hansara hevði gjørt honum, mælti hann: «Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum!» Og framvegis mælti hann: «Lovaður veri Harrin, Guð Sems! Men verði Kánáan trælur teirra! Guð gevi Jáfeti landarúmd; og búgvi hann í Sems tjøldum; men verði Kánáan trælur teirra!» Nóa livdi trý hundrað og fimmti ár eftir vatnflóðina. Soleiðis vórðu allir ævidagar Nóa níggju hundrað og fimmti ár. Tá doyði hann.
Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina. Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras. Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma. Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar. Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum. Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan. Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan. Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold. Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod. Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi. Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kela og Resen millum Nineve og Kela – tað er borgin mikla. Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar, Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar. Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het, Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar, Hivitar, Arkitar, Sínitar, Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um, so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja. Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum. Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir. Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram. Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj. Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber. Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan. Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera, Hádóram, Uzal, Dikla, Óbal, Ábimael, Sába, Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans. Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum. Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum. Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina.
Og øll mannaættin hevði eitt mál og somu tungu. Men tá ið teir nú løgdu leiðina eystureftir, komu teir fram á ein slætta í Sinears landi og settust niður har. Tá søgdu teir hvør við annan: «Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.» Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. Og teir søgdu: «Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina!» Men Harrin steig oman til tess at síggja borgina og tornið, sum mannabørnini fingust við at byggja. Og Harrin mælti: «Sí, teir eru ein tjóð og hava allir sama tungumál; hetta er fyrsta fyritøka teirra; og nú man neyvan nakað verða teimum óført, sum teir finna upp á at gera. Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.» Tá spjaddi Harrin teir haðan út um alla jørðina, so at teir lættu av at byggja borgina. Tessvegna eitur hon Bábel, tí at har fløkti Harrin øll tungumál jarðar; og haðan spjaddi Harrin tey út um alla jørðina. Hetta er ættartal Sems. Sem var hundrað ára gamal, tá ið hann gat Arpaksjad, tvey ár eftir flóðina. Og eftir at Sem hevði gitið Arpaksjad, livdi hann fimm hundrað ár og gat synir og døtur. Arpaksjad var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann gat Sjela. Og eftir at Arpaksjad hevði gitið Sjela, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. Sjela var tríati ára gamal, tá ið hann gat Eber. Og eftir at Sjela hevði gitið Eber, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. Eber var tríati og fýra ára gamal, tá ið hann gat Peleg. Og eftir at Eber hevði gitið Peleg, livdi hann fýra hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. Peleg var tríati ára gamal, tá ið hann gat Reu. Og eftir at Peleg hevði gitið Reu, livdi hann tvey hundrað og níggju ár og gat synir og døtur. Reu var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann gat Serug. Og eftir at Reu hevði gitið Serug, livdi hann tvey hundrað og sjey ár og gat synir og døtur. Serug var tríati ára gamal, tá ið hann gat Nákor. Og eftir at Serug hevði gitið Nákor, livdi hann tvey hundrað ár og gat synir og døtur. Nákor var tjúgu og níggju ára gamal, tá ið hann gat Tára. Og eftir at Nákor hevði gitið Tára, livdi hann hundrað og nítjan ár og gat synir og døtur. Tára var sjeyti ára gamal, tá ið hann gat Ábram, Nákor og Háran. Hetta er ættartal Tára. Tára gat Ábram, Nákor og Háran; og Háran gat Lot. Háran doyði undan Tára faðir sínum í føðilandi sínum í Ur Kaldeu. Ábram og Nákor tóku sær konur; kona Ábrams æt Sárai, og kona Nákors æt Milka, dóttir Hárans, faðir at Milku og Jisku. Men Sárai var óburin og fekk einki barn. Tá tók Tára Ábram son sín og Lot son Hárans, sonarson sín, og Sárai sonarkonu sína, konu Ábrams, sonar síns, og fór við teimum úr Ur Kaldeu til Kánáanlands. Og tá ið tey komu til Kárans, settust tey niður har. Tára livdi tvey hundrað og fimm ár; tá doyði Tára í Káran.
Og Harrin segði við Ábram: «Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.» Síðan legði Ábram avstað, eins og Harrin hevði sagt við hann; og Lot fór við honum. Ábram var sjeyti og fimm ára gamal, tá ið hann fór úr Káran. Og Ábram hevði við sær Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og allar ognarlutir, ið teimum hevði ognast, og tað fólk, ið teir høvdu fingið sær í Káran; og teir hildu ferð síni móti Kánáanlandi og komu hagar. Ábram fór nú um landið alt at halgistaðinum í Sikem, at spásagnareikini. Tá búðu Kánáanitar í landinum. Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.» Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum. Síðan búðist hann til ferðar og fór til fjøllini fyri eystan Betel og setti har tjøld síni, soleiðis at Betel var fyri vestan og Ai fyri eystan; og hann reisti Harranum altar har og ákallaði navn Harrans. Og Ábram flutti so við og við móti suðurlandinum. Men hallár varð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har í útisetri, tí at hallárið nívdi landið illa. Tá ið hann nú nærkaðist Egyptalandi, segði hann við Sárai, konu sína: «Eg veit, at tú ert vøkur kona. Tí munnu Egyptar, tá ið teir síggja teg og halda teg vera konu mína, fara at drepa meg og lata teg vera á lívi. Tí skalt tú siga, at tú ert systir mín, til tess at tað má vignast mær væl fyri tínar sakir, so at eg má verða á lívi tín vegna.» Tá ið Ábram kom inn í Egyptaland, sóu Egyptar konuna, og at hon var sera vøkur. Men tá ið høvdingar Fáraos høvdu sæð hana og róst henni fyri Fárao, varð hon flutt inn í húsið hjá Fárao. Men hann gjørdi væl við Ábram hennara vegna, so at honum ognaðist bæði smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi, asnar og øsnur og kamelar. Men Harrin nívdi Fárao og hús hansara við ringum plágum fyri sakir Sárai, konu Ábrams. Tá sendi Fárao boð eftir Ábrami og segði við hann: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær! Hví segði tú mær ikki, at hon var kona tín? Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!» Og Fárao beyð monnum sínum at fylgja honum og konu hansara við øllum, sum tey áttu, á leið. 13,1 Ábram fór nú úr Egyptalandi í suðurlandið við konu síni og øllum, sum hann átti; og Lot var við honum.
Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri. Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai, á tann stað, har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans. Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisini smalur og stórdýr og tjøld. Men landið var teimum ikki nóg stórt til, at teir kundu búgva saman; tí at fylgi teirra vóru so stór, at teir ikki fingu búð saman. Tá fóru hirðar Ábrams og hirðar Lots upp at klandrast – tá búðu Kánáanitar og Perezitar í landinum – Men Ábram segði við Lot: «Hoyr tú, eingin ósemja skal vera okkara millum og millum hirða okkara, tí at vit eru jú frændur. Liggur ikki alt landið opið fyri tær? Skilst tú heldur við meg! Vilt tú fara til vinstru handar, so fari eg til høgru; og vilt tú fara til høgru handar, so fari eg til vinstru.» Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans, eins og Egyptaland alt at Zoar – tað var áður enn Harrin hevði avoytt Sódomu og Gómorru. Og Lot kjósaði sær allan Jórdanslættan. Síðan helt hann leiðini eystureftir; og soleiðis skildust teir. Ábram settist niður í Kánáanlandi; men Lot settist niður í borgunum á Jórdanslættanum og flutti um í tjøldum alt at Sódomu. Men menninir í Sódomu vóru vándir og stórir syndarar fyri Harranum. Og Harrin segði við Ábram, eftir at Lot hevði skilt seg við hann: «Hav upp eygu tíni og lít teg um, haðan sum tú stendur, norðureftir og suðureftir, eystureftir og vestureftir, tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir. Eg skal gera avkom títt eins og dustið á jørð, so at tað ikki kann teljast, heldur enn nakar kann telja dustið á jørð. Statt nú upp og far um alt landið bæði tvørturum og eftir longdini; tí at tær gevi eg tað!» Síðan flutti Ábram um í tjaldi; og hann kom og búsettist í Mamrelund, sum er í Hebron; har bygdi hann Harranum altar.
Tá ið Amrafel var kongur í Sinear, Arjok kongur í Ellasar, Kedorlaomer kongur í Elam, og Tideal kongur í Gojim, fóru teir herferð móti Bera, kongi av Sódomu, og Birsja, kongi av Gómorru, og Sjineab, kongi av Adma, og Sjemeber, kongi av Zeboim og konginum av Bela, tað er Zoar. Allir hesir hittust á Siddims vøllum, tað er Salthavid. Í tólv ár høvdu teir tænt Kedorlaomer; men trettanda árið høvdu teir gjørt uppreist; og á fjúrtanda ári kom Kedorlaomer og kongarnir, sum við honum vóru, og vunnu sigur á Refaitum í Asjtarot-Karnáim og á Zuzitum í Ham, á Emitum í Sjave-Kirjatáim og á Hóritum á Se'irs fjøllum alt at El-Páran tætt við oyðimørkina. Síðan vendu teir við og komu at Rættarlindini, tað er Kádesj, og løgdu undir seg alt land Ámalekita og somuleiðis Ámorita, sum búðu í Házazon-Támar. Kongarnir av Sódomu og Gómorru, av Adma, Zeboim og av Bela, tað er Zoar, løgdu tá út og fylktu seg á Siddims vøllum til bardaga við Kedorlaomer, kongin av Elam, Tideal, kongin av Gojim, Amrafel, kongin av Sinear og Arjok, kongin av Ellasar, fýra kongar móti fimm. Men á Siddims vøllum vóru jarðbiksgryvjur hvør við aðra; og tá ið kongarnir av Sódomu og Gómorru løgdu á flótta, duttu teir í tær, men teir, ið eftir vóru, hildu til fjals. Fíggindin rændi tá allar ognir í Sódomu og Gómorru og fór avstað við øllum mati. Teir fóru eisini við Lot bróðursyni Ábrams og øllum, sum hann átti; tí at hann búði sum vera mundi í Sódomu. Tá kom einhvør flóttamaður og segði tíðindini fyri Ábrami Hebrea, ið tá búði í eikilundini hjá Mamre Ámorita, bróður Esjkols og Áners, sum eisini høvdu sáttmála við Ábram. Tá ið Ábram frætti, at skyldmaður hansara var hertikin, vápnaði hann av húsfólki sínum trý hundrað og átjan royndar menn, ið vóru føddir í húsi hans, og helt aftan á fíggindan alt at Dán. Har ráddist hann á teir á náttartíð, hann og menn hansara; og teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Hóba fyri norðan Dámaskus. Og hann hevði aftur við sær allar fíggjarlutir og Lot, skyldmann sín, og allar fíggjarlutir hans hevði hann aftur við sær og somuleiðis konurnar og fólkið. Men tá ið hann nú hevði vigið Kedorlaomer og kongarnar, ið við honum vóru, og var á heimferð, tá fór kongurin av Sódomu til fundar við hann í Sjavedalinum, ið nú eitur kongsdalurin. Og Melkizedek, kongur av Sjálem, prestur hins hægsta Guðs, kom út við breyði og víni og vælsignaði hann og mælti: «Signaður veri Ábram av Guði hinum hægsta, skapara himins og jarðar, og hálovaður veri Guð hin hægsti, sum hevur givið fíggindar tínar upp í hendur tínar!» Og Ábram gav honum tíggjund av øllum. Tá segði kongurin av Sódomu við Ábram: «Gev mær fólkið, men tak tú fíggjarlutirnar.» Men Ábram svaraði konginum av Sódomu: «Til Harrans, hins hægsta Guðs, skapara himins og jarðar, havi eg upp hond mína, at eg ikki vil taka so mikið sum tráð ella tvong ella nakað av tí, sum tú eigur! Aldrin skalt tú kunna siga: Eg havi gjørt Ábram ríkan! Eg vil einki hava – einki uttan tað, ið sveinarnir hava nýtt og tað, sum lutast teimum monnum, ið við mær vóru, Áneri, Esjkoli og Mamre, lat teir fáa sínar lutir!»
Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: «Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!» Men Ábram svaraði: «Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?» Og Ábram segði: «Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.» Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!» Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: «Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!» Og hann segði: «So fjølmangt skal avkom títt verða.» Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis. Og hann segði við hann: «Eg eri Harrin, ið leiddi teg út úr Ur Kaldeu til tess at geva tær hetta landið til ognar.» Men hann svaraði: «Harri drottin, av hvørjum skal eg vita, at tað skal ognast mær?» Tá segði hann við hann: «Tak mær trævetur kvígu, trævetur geit og trævetur veðr, turtildúgvu og dúgvuunga!» Hann tók tá øll hesi djórini og skar tey sundur í tógvar lutir og legði hvønn helmingin áraka annan; einans fuglarnar skar hann ikki sundur. Tá rendu úr lofti rovfuglar niður á ræini; men Ábram kístaði teir burtur. Men tá ið sól var at fara til viða, tá kom tungur svøvnur á Ábram; og sí, ræðandi bølamyrkur seig á hann. Og hann segði við Ábram: «Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár. Men eisini ta tjóð, ið teir verða trælkaðir av, skal eg døma; og síðan munnu teir fara haðan við miklum fíggjarlutum. Men tú skalt fara í friði til fedra tína og verða jarðaður í góðari elli. Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.» Men tá ið sól var farin til viða, og myrkt var vorðið, birtist eins og rúkandi ovnur við logandi eldi, ið fór fram ímillum hesi sundurskornu offurstykki. Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: «Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat: land Kenita, Kenizzita, Kadmonita, Hetita, Perezita, Refaita, Ámorita, Kánáanita, Girgasjita, Hivita og Jebusita.»
Tá ið Ábram var níti og níggju ára gamal, birtist Harrin fyri honum og segði við hann: «Eg eri Guð hin alvaldi; gakk fyri ásjón míni, og ver rættlátur, so vil eg gera sáttmála millum mín og tín og margfalda teg stórum.» Tá fell Ábram fram á ásjón sína, og Guð talaði við hann og segði: «Sí, tað eri eg, sum havi gjørt sáttmála við teg, at tú skalt verða faðir at mongum tjóðum, tí skalt tú ikki longur eita Ábram; men navn títt skal vera Ábraham, tí at eg geri teg faðir at fjølmongum tjóðum. Eg vil lata teg nørast í stórum, so at tú verður til tjóðir, og av tær skulu kongar koma. Mín sáttmála geri eg millum mín og tín og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið, ævigan sáttmála um, at eg skal vera Guð tín og avkoms tíns eftir teg. Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.» Síðan segði Guð við Ábraham: «Men so skalt tú eisini halda sáttmála mín, tú og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið. Og hetta er sáttmálin, ið tit skulu halda, sáttmálin millum mín og tykkara, at alt kallkyn tykkara skal umskerast. Á holdi yvirhúðar tykkara skulu tit umskerast; og tað skal vera merki sáttmálans millum mín og tykkara. Hvørt sveinbarn tykkara, sum er átta daga gamalt, skal verða umskorið ættarlið eftir ættarlið, bæði tey, sum eru fødd í húsinum, og tey, sum eru keypt frá fremmandum, ið ikki eru fødd av tínum ættleggi. Umskerast skal bæði hann, sum er føddur í húsi tínum, og hann, sum er keyptur; og soleiðis verði sáttmáli mín ævigur sáttmáli á holdi tykkara. Men hin óumskorni, hann, sum ikki er umskorin á holdi yvirhúðar sínar, hann skal verða oyddur úr tjóð síni; hann hevur slitið sáttmála mín.» Framvegis segði Guð við Ábraham: «Sárai, kona tín, skal ikki longur eita Sárai, men Sára skal navn hennara vera; og eg vil vælsigna hana og geva tær eisini son við henni. Og eg vil vælsigna hana og gera hana ættarmóður at tjóðum; og tjóðkongar skulu koma av henni.» Tá fell Ábraham fram á ásjón sína og læði og hugsaði við sær: «Man hundrað ára gamal maður fáa barn, ella Sára, sum er níti ár, føða?» Tí segði Ábraham við Guð: «Gævi, at Ísmael mátti liva fyri ásjón tíni!» Men Guð svaraði: «Nei, Sára, kona tín, skal føða tær son, ið tú skalt nevna Ísak; við hann vil eg gera sáttmála mín, ævigan sáttmála fyri eftirkomarar hansara eftir hann. Men viðvíkjandi Ísmaeli havi eg bønhoyrt teg; eg vil vælsigna hann og lata hann nørast og fjølgast í stórum; tólv høvdingar skal hann gita; og eg skal gera hann til mikla tjóð. Men mín sáttmála geri eg við Ísak, ið Sára man føða tær um hetta mundið aftur í ársmótið.» Síðan endaði hann talu sína við hann. Og Guð steig upp frá Ábrahami. Tá tók Ábraham son sín Ísmael og allar, sum vóru føddir í húsi hans ella vóru keyptir, alt kallkyn av húsfólki Ábrahams; og hann umskar hold yvirhúðar teirra á hesum sama degi, eins og Guð hevði boðið honum. Ábraham var níti og níggju ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. Og Ísmael, sonur hansara, var trettan ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. Á hesum sama degi vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir. Og allir menn í húsi hans, bæði teir, sum vóru føddir í húsinum, og teir, sum vóru keyptir frá fremmandum, vórðu umskornir við honum.
Síðan birtist Harrin fyri honum í Mamrelund, har hann sat í tjalddurum sínum í hádegishitanum. Og tá ið hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá stóðu tríggir mans framman fyri honum; og tá ið hann sá teir, fór hann úr tjalddurunum rennandi ímóti teimum og lútaði til jarðar, og mælti: «Harri, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá far ikki um træl tín! Loyv okkum at fara eftir einum sindri av vatni, so at tit mega tváa føtur tykkara; og hvílið tykkum síðan undir trænum! Eg skal eisini fáa tykkum ein breyðbita, so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram, tá ið tit nú kortini eru komnir her framvið hjá træli tykkara.» Teir svaraðu: «Ger, sum tú sigur.» Tá skundaði Ábraham sær inn í tjaldið til Sáru og mælti: «Tak sum skjótast trý mál av mjøli, elt tað og baka køkur!» Sjálvur rann hann út til neytini og tók ein snotiligan og góðan kálv og fekk sveininum hann, sum alt í einum matgjørdi hann. Síðan tók hann rómastamp og mjólk og kálvin, ið til var gjørdur; og hann setti fyri teir og gekk teimum sjálvur til handa undir trænum, meðan teir fingu sær. Teir søgdu tá við hann: «Hvar er Sára, kona tín?» Hann svaraði: «Har inni í tjaldinum.» Tá segði hann: «Vissuliga skal eg vitja teg aftur í áramótið, og tá man Sára, kona tín, hava son.» Sára stóð og lurtaði í durum tjaldsins, ið var aftan fyri teir. Men Ábraham og Sára vóru gomul og høvdu nógv ár á baki, so at tað ikki longur gekst Sáru eins og konum annars; tí læði hon við sær sjálvari og hugsaði: «Man girndarhugur koma á meg, nú tá ið ellin hevur boygt meg, og maður mín eisini er vorðin gamal?» Tá segði Harrin við Ábraham: «Hví lær Sára og hugsar: Hvussu skal eg, sum eri so gomul, føða son? Man nakað vera Harranum óført? Tá ið eg komi aftur til tín í áramótið, tá skal Sára hava son!» Men av tí at Sára nú var vorðin rædd, noktaði hon fyri tí og segði: «Nei, eg læði ikki!» Men hann svaraði: «Jú, víst læði tú!» Síðan reistust teir frá borði og fóru avstað haðan niðan móti Sódomu; og Ábraham fylgdi teimum á leið. Tá hugsaði Harrin: «Eigi eg at loyna fyri Ábrahami tað, sum eg ætli mær at gera? Ábraham verður jú vissuliga stór og máttmikil tjóð, og allar tjóðir á fold munnu fáa signing av honum; tí at hann havi eg valt út til tess, at hann skal bjóða børnum sínum og ætt síni eftir seg at varðveita veg Harrans og inna rætt og rættlæti, so at Harrin kann lata Ábraham fáa tað, sum hann hevur fyrijáttað honum.» Tá segði Harrin: «Vissuliga er rópið yvir Sódomu og Gómorru mikið, og synd teirra er ovurtung; tí skal eg stíga oman til tess at sjá, um teir hava borið seg at soleiðis, sum hetta rópið sigur mær frá, ella ikki; tað vil eg vita!» Síðan snúðust menninir haðan og fóru til Sódomu; men Harrin varð standandi eftir frammi fyri Ábrahami. Tá nærkaðist Ábraham honum og mælti: «Ætlar tú av sanni at avoyða rættvísar saman við órættvísum? Kanska eru fimmti rættvísir í staðnum, vilt tú tá oyða teir av og ikki eira staðnum vegna teirra fimmti rættvísu, sum har eru? Fjart veri tað tær at gera tílíkt, at týna rættvísar saman við órættvísum, so at tað fer rættvísum á sama hátt sum órættvísum; fjart veri sovorðið tær; man hann, ið dømir alt jarðarríkið, ikki inna rætt?» Harrin svaraði: «Finni eg í Sódomu fimmti rættvísar innanborgar, skal eg eira øllum staðnum teirra vegna.» Men Ábraham tók aftur til orða og segði: «Eg eri farin at tala við Harra mín, tó at eg eri dust og øska. Vera má, at fimm vanta í fimmti rættvísar; vilt tú tá oyða allan staðin vegna hesa fimm?» Hann svaraði: «Finni eg fjøruti og fimm rættvísar í honum, skal eg ikki oyða hann.» Men hann helt fram at tala við hann og segði: «Vera má, at har einans finnast fjøruti.» Hann svaraði: «Vegna teirra fjøruti skal eg lata tað verða ógjørt.» Uppaftur mælti hann: «Harri mín má ikki verða illur um, at eg tali, men vera má, at har einans finnast tríati.» Hann svaraði: «Finni eg tríati, skal eg ikki gera tað.» Og hann segði: «Sí, eg eri farin at tala við Harra mín; men vera má, at har einans finnast tjúgu.» Hann svaraði: «Vegna teirra tjúgu skal eg ikki oyða hann.» Uppaftur segði hann: «Harri mín má ikki verða illur, tá ið eg nú tali á síðsta sinni; men vera má, at har einans finnast tíggju.» Hann svaraði: «Vegna teirra tíggju skal eg lata tað verða ógjørt.» Tá ið Harrin hevði endað talu sína við Ábraham, fór hann leið sína; og Ábraham vendi heim aftur til sín sjálvs.
Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomu, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar og mælti: «Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara.» Men teir svaraðu: «Nei, vit vilja sova úti á torginum í nátt.» Men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum; og tá ið teir komu inn í hús hansara, setti hann mat fyri teir, bakaði ósúrgaðar køkur, og teir ótu. Men áður enn teir vóru farnir til hvíldar, slógu borgarmenninir, íbúgvar Sódumu, ring um húsið, bæði ungir og gamlir, hvør maður av húsi. Og teir rópaðu á Lot og søgdu: «Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!» Lot fór tá út í dyr til teirra, lokaði hurðina eftir sær og segði við teir: «Fremjið, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir! Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!» Tá rópaðu teir: «Hav teg burtur! Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara! Men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!» Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. Tá rættu menninir hondina útum, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina. Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inngongdina. Og menninir søgdu við Lot: «Alt skyldfólk títt, mágar tínar, synir tínar og døtur og alt, sum tú eigur í borgini, skalt tú føra burtur frá hesum staði, tí at vit ætla at oyða henda staðin, av tí at rópið yvir teir er vorðið so mikið fyri Harranum, at Harrin hevur sent okkum at oyða staðin.» Tá fór Lot út at tala við mágar sínar, ið skuldu fáa døtur hansara, og mælti: «Standið upp og rýmið hiðan, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!» Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur. Tá ið nú dagur tók at lýsa, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: «Statt upp og tak við tær konu tína og báðar døtur tínar, ið hjá tær eru, so at tú ikki verður týndur fyri misgerð staðarins.» Men tá ið hann drálaði, tóku menninir hann og konu og døtur hansara, av tí at Harrin vildi eira honum, og leiddu hann út og sleptu honum ikki, fyrr enn hann var komin út um staðin. Og tá ið teir høvdu leitt hann útum, søgdu teir: «Bjarga tær, tí at lív títt liggur við! Lít teg ikki aftur um bak og steðga ongar staðir á slættanum; men bjarga tær niðan í fjøllini, so at tú ikki ferst!» Men Lot segði við teir: «Á nei, harri mín! Sí, trælur tín hevur jú funnið náði í eygum tínum, og mikla miskunn hevur tú sýnt mær við at lata meg vera á lívi; men eg kann ikki bjarga mær niðan í fjøllini; ógævan man fáa meg aftur, og eg man lívið týna. Men sí, har er bygd í nánd at flýggja til; og hon hevur lítið at týða; hagar kann eg bjarga mær, hon hevur vissuliga lítið at týða; og lív mítt er tá bjargað!» Tá svaraði hann honum: «Eisini hesa bøn skal eg veita tær; eg skal ikki oyða bygdina, sum tú talar um. Bjarga tær sum skjótast hagar, tí at einki fái eg gjørt, fyrr enn tú ert komin hagar.» Tí verður tann bygdin nevnd Zoar. Í sólarrenningini, tá ið Lot var komin til Zoar, læt Harrin regna av himni svávul og eld frá Harranum niður yvir Sódomu og Gómorru. Og hann oyddi av hesar borgir og allan Jórdanslættan og allar íbúgvar borganna og jarðargróðurin. Men kona hans leit seg aftur um bak og varð at saltstólpa. Snimma morgunin eftir fór Ábraham á tann staðin, har hann hevði staðið frammi fyri Harranum; og tá ið hann leit yvir at Sódomu og Gómorru og út um allan Jórdanslættan, tá sá hann royk koma upp úr jørðini eins og royk úr bræðsluovni. Men tá ið Guð oyddi av borgirnar á Jórdanslættanum, mintist hann á Ábraham og leiddi Lot út úr oyðingini, sum hann læt koma yvir tær borgir, ið Lot búði í. Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum. Tá segði hin eldra við hina yngru: «Faðir okkara er gamal, og eingin kallmaður er eftir her í landinum at koma inn til okkara á vanligan hátt. Kom tí, latum okkum geva faðir okkara vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.» Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. Morgunin eftir segði hin eldra við hina yngru: «Sí, í nátt lá eg hjá faðir mínum; latum okkum nú eisini í kvøld geva honum vín at drekka; far tú tá og legg teg hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara!» Síðan góvu tær aftur tað kvøldið faðir sínum vín at drekka, og hin yngra fór og legði seg hjá faðir sínum; og hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av ávum faðirs teirra. Og hin eldra føddi son og nevndi hann Móab; hann er ættarfaðir Móabs enn í dag. Eisini hin yngra føddi son; og hon nevndi hann Ben-Ammi; hann er ættarfaðir Ammonita enn í dag.
Ábraham flutti nú haðan suður í landið og settist niður millum Kádesj og Sjúr og búði sum útiseti í Gerar. Men av tí at Ábraham hevði sagt, at Sára var systir hansara, sendi Ábimelek, kongurin av Gerar, boð eftir Sáru og tók hana til sín. Tá kom Guð í dreymi til Ábimeleks um náttina og segði við hann: «Sí, tú skalt doyggja vegna ta konu, ið tú hevur tikið, tí hon er kona annars mans!» Men Ábimelek hevði ikki verið henni nær; og hann mælti: «Harri, ætlar tú eisini at týna sakleysar menn? Segði hann ikki fyri mær, at hon var systir hansara? Og sjálv segði hon, at hann var bróðir hennara. Við sakleysum hjarta og reinum hondum havi eg gjørt hetta.» Tá segði Guð við hann í dreymi: «Víst veit eg, at tú gjørdi hetta í sakloysi hjarta tíns, og eg havi eisini varðveitt teg frá at synda móti mær; tessvegna loyvdi eg tær ikki at nerta hana. Men fá nú manninum konu sína aftur, tí at hann er profetur og kann biðja fyri tær, so at tú mást vera á lívi; men sendir tú hana ikki aftur, tá skalt tú vita, at deyðin er tær og øllum tínum vísur!» Snimma morgunin eftir fór Ábimelek upp og rópaði til sín allar menn sínar; og tá ið hann greindi teimum frá hesum tilburðum, vórðu teir ógvuliga óttafullir. Og Ábimelek rópaði Ábraham til sín og segði við hann: «Hví gjørdi tú okkum hetta? Hvat ilt havi eg gjørt tær, at tú leiddi tílíka synd yvir meg og ríki mítt? Tú hevur gjørt ímóti mær slíkt, sum ikki eigur at verða gjørt!» Og Ábimelek segði við Ábraham: «Hvat var ætlan tín við at gera hetta?» Ábraham svaraði: «Eg hugsaði sum so: Her man eingin gudsótti vera; tí munnu teir fara at drepa meg vegna konu mínar. Men annars er hon kortini systir mín, tí hon er dóttir faðirs míns, tó ikki dóttir móður mínar, og tí kundi hon verða gift mær. Men tá ið Guð læt meg reika um fjart frá húsi faðirs míns, segði eg við hana: «Hesa góðvild mást tú sýna mær: allar staðir, hagar vit koma, mást tú siga, at eg eri bróðir tín.» » Síðan tók Ábimelek smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi og gav Ábrahami og fekk honum aftur Sáru, konu hansara. Og Ábimelek segði við hann: «Sí, land mítt stendur tær í boði; set teg niður, hvar tær líkar best!» Og við Sáru segði hann: «Nú gevi eg bróður tínum túsund siklar í silvuri; tað skal verða tær viðurgjald fyri alt, sum tær hevur verið fyri; og tú skalt í øllum lutum verða sakarleys!» Tá bað Ábraham til Guðs, og Guð grøddi Ábimelek og konu hansara og hjákonur hansara, so at tær fingu børn. Tí at Harrin hevði lokað aftur fyri hvørjum móðurlívi í húsi Ábimeleks vegna Sáru, konu Ábrahams.
Harrin vitjaði Sáru, eins og hann hevði lovað; og Harrin gjørdi við Sáru, eins og hann hevði sagt. Og Sára varð við barn og føddi Ábrahami son á ellisárum hansara um tað mundið, sum Guð hevði sagt honum. Ábraham gav syni sínum, sum føddist honum – sum Sára føddi honum – navnið Ísakur. Og Ábraham umskar Ísak, son sín, tá ið hann var átta daga gamal, eins og Guð hevði boðið honum. Ábraham var hundrað ára gamal, tá ið Ísakur, sonur hansara, føddist honum. Tá mælti Sára: «Guð hevur elvt mær látur; og hvør tann, ið hoyrir um hetta, man flenna at mær.» Og hon segði: «Hvør skuldi sagt fyri Ábrahami, at Sára hevur barn á brósti? Og nú havi eg tó føtt honum son í ellisárum hansara.» Sveinurin vaks nú og varð vandur av brósti; og Ábraham gjørdi mikla veitslu tann dagin, tá ið Ísakur varð vandur av brósti. Men tá ið Sára sá sonin hjá Hágar, hini egyptisku, sum hon hevði føtt Ábrahami, spæla sær við Ísak, son sín, segði hon við Ábraham: «Rek burtur hesa trælkonu og son hennara, tí at ikki skal sonur hesar trælkonu taka upp arv saman við Ísaki, syni mínum!» Ábrahami líkaði hetta illa sonar síns vegna. Men Guð segði við Ábraham: «Harmast ikki um sveinin og trælkonu tína; men ver Sáru lýðin í øllum, sum hon sigur tær; tí at eina eftirkomarar Ísaks skulu verða taldir ættarkyn títt. Men eisini son trælkonunnar skal eg gera at miklari tjóð, tí at hann er jú avkom títt.» Morgunin eftir fór Ábraham snimma upp, tók breyð og vatnhít og gav Hágar tað; men sveinin setti hann upp á herðar hennara og sendi hana síðan burtur. Hon reikaði nú um og viltist í oyðimørk Beersjebu. Og tá ið vatnið í hítini var uppi, legði hon sveinin undir ein runn og fór og setti seg har okkurt sum bogaskots longd frá honum; tí at hon hugsaði við sær: «Eg toli ikki at síggja barnið doyggja.» Hon settist har, og sveinurin tók at stórgráta. Men Guð hoyrdi sveinin; og eingil Harrans rópaði av himni á Hágar og segði við hana: «Hvat bagir tær Hágar? Óttast ikki, tí at Guð hevur hoyrt rødd sveinsins, har sum hann liggur! Far og tak sveinin upp og hav hann í góðari varðveitslu, tí at eg skal gera hann til mikla tjóð!» Tá læt Guð eygu hennara upp, so at hon sá brunn við vatni í; hon fór og fylti hítina við vatni og gav sveininum at drekka. Og Guð var við sveininum; hann kom til og búsettist í oyðimørkini og gjørdist ørvagarpur. Hann búði í Párans oyðimørk; og móðir hansara tók honum konu úr Egyptalandi. Um hetta leitið komu Ábimelek og Píkol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: «Guð er við tær í øllum, sum tú fæst við. Svør nú her við Guð, at tú ikki vilt fara við svikráðum hvørki móti mær ella eftirkomarum mínum; men eins og eg havi sýnt tær góðsemi, soleiðis skalt tú gera móti mær og tí landi, har tú býrt í útisetri!» Ábraham svaraði: «Eg skal svørja svá!» Men Ábraham hevði at Ábimeleki fyri vatnbrunnin, sum húskallar Ábimeleks høvdu rænt. Tá segði Ábimelek: «Eg veit ikki, hvør ið hetta hevur gjørt; ikki hevur tú sagt hetta fyri mær, og ikki havi eg heldur hoyrt um tað fyrr enn í dag.» Tá tók Ábraham smalur og stórdýr og gav Ábimeleki, og teir gjørdu sáttmála sín ámillum. Men Ábraham tók sjey gimbrar úr fylginum burturav; og tá ið Ábimelek spurdi Ábraham, hví hann tók hesar sjey gimbrarnar burturav, svaraði hann: «Jú, hesar sjey gimbrarnar skalt tú taka við av míni hond til vitnisburðar um, at eg havi grivið henda brunnin.» Tessvegna eitur tann staðurin Beersjeba; tí har svóru teir báðir. Soleiðis gjørdu teir sáttmála í Beersjebu. Síðan fóru teir Ábimelek og Píkol, herhøvdingi hans, haðan og snúðust heim aftur í Filistaland. Ábraham setti niður támariskrunn í Beersjebu og ákallaði har navn Harrans, hins æviga Guðs. Og Ábraham búði leingi í útisetri í Filistalandi.
Eftir hesar tilburðir royndi Guð Ábraham; og hann rópaði á hann: «Ábraham!» Hann svaraði: «Ja, eg eri her!» Og hann segði: «Tak tú einkarson tín, Ísak, sum tú elskar, og far til Mórialands og ofra hann har sum brennioffur uppi á einum av fjøllunum, sum eg skal vísa tær á!» Snimma morgunin eftir legði Ábraham á asna sín, tók tveir av sveinum sínum við sær og Ísak, son sín, kleyv viðin til brennioffurið og helt avstað hagar, ið Harrin hevði sagt honum. Triðja dagin, tá ið Ábraham leit seg um, sá hann staðin langt burturi. Tá segði Ábraham við sveinar sínar: «Bíðið tit her hjá asnanum, meðan eg og smádrongurin fara yvir hagar at tilbiðja; vit koma so aftur til tykkara.» Ábraham tók tá viðin til brennioffurið og legði hann upp á herðar Ísaks, sonar síns; sjálvur tók hann eldin og offurknívin; og so gingu teir báðir saman. Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: «Faðir mín!» Hann svaraði: «Ja, sonur mín.» Hann segði: «Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið?» Ábraham svaraði: «Guð man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.» Og so gingu teir aftur báðir saman. Og tá ið teir komu á staðin, sum Guð hevði sagt honum, reisti Ábraham har altar og legði viðin til rættis; síðan bant hann Ísak, son sín, og legði hann upp á altarið oman á viðin. Og Ábraham rætti út hond sína og tók knívin til at slátra son sín. Men tá rópaði eingil Harrans á hann av himni og segði: «Ábraham, Ábraham!» Hann svaraði: «Her eri eg.» Og hann segði: «Legg tú ikki hond á sveinin og ger honum einki mein; tí at nú veit eg, at tú óttast Guð, við tað at tú ikki sýtti mær einkarson tín.» Tá ið Ábraham hugdi upp og leit seg um, bar hann eyga við veðr, sum við hornunum var komin fastur í ein runn. Ábraham fór tá og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í stað sonar síns. Og Ábraham nevndi henda stað: «Guð sær.» Tí sigur orðafellið enn: «Á fjallinum, har Guð birtist.» Tá kallaði eingil Harrans aftur á Ábraham av himni og segði: «Eg svørji um sjálvan meg, sigur Harrin: av tí at tú gjørdi hetta og ikki sýtti mær son tín, einkarson tín, skal eg av sonnum vælsigna teg og gera eftirkomarar tínar fjølmentar sum stjørnurnar á himni, sum sandin við sævarstrond; og eftirkomarar tínir skulu taka borgarlið fígginda sína til ognar. Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing, fyri at tú lýddi rødd míni.» Eftir hetta fór Ábraham aftur til sveinar sínar, og teir risu og fóru allir saman til Beersjebu. Og Ábraham varð búgvandi í Beersjebu. Nakað eftir hesar tilburðir fekk Ábraham hesi tíðindi: Eisini Milka hevur føtt Nákori, bróður tínum, synir: Uz, frumgitna hansara, og Buz, bróður hansara, og Kemuel, ættfaðir Árams, og Kesed, Házo, Pildasj, Jidlaf og Betuel. Men Betuel gat Rebekku. Hesi átta føddi Milka Nákori, bróður Ábrahams. Og hann hevði hjákonu, Reuma nevnd at navni; eisini hon føddi honum synir: Teba, Gáham, Táhasj og Máaka.
Og Sára livdi eitt hundrað og tjúgu og sjey ár; so mangir vóru ævidagar hennara. Og Sára doyði í Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Og Ábraham fór innar at syrgja Sáru og gráta hana. Síðan fór hann frá síni deyðu og mælti soleiðis við Hetitar: «Eg eri gestur og útiseti her hjá tykkum; gevið mær eitt jarðarstykki, so at eg kann fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana.» Tá svaraðu Hetitar Ábrahami og søgdu við hann. «Lýð á okkum, harri! Høvdingur Guðs ert tú okkara millum; jarða tína deyðu í eini av okkara bestu grøvum; tí at eingin av okkum vil sýta tær grøv sína til at jarða tína deyðu í!» Men Ábraham reis og neig fyri íbúgvum landsins, fyri Hetitum, og talaði við teir svá: «Er tað tykkara vilji, at eg má fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana, so hoyrið meg og talið mín vegna við Efron Zóharsson um at geva mær Makpela-hellið, ið liggur uttast í bø hansara; fyri fult virði skal hann geva mær tað sum gravstað tykkara millum.» Efron sat har millum Hetitanna, og Efron Hetiti mælti soleiðis við Ábraham, meðan Hetitar og allir, ið gingu inn um borgarlið hansara, lýddu á: «Nei, harri mín, lurta eftir mær! Jarðarstykkið gevi eg tær; og hellið, sum í tí er, gevi eg tær eisini: fyri ásjón frænda mína gevi eg tær tað; jarða tú tína deyðu!» Men Ábraham neig fyri íbúgvum landsins og talaði við Efron í hjástøðu teirra og segði: «Gævi tú vildi lurta eftir mær: Eg gjaldi tær fult virði fyri jørðina; tak við tí av mær, so at eg kann jarða mína deyðu har!» Tá svaraði Efron Ábrahami og segði: «Lurta eftir mær, harri mín! Jørð fyri fýra hundrað siklar í silvuri, hvat er tað hjá okkum báðum at tala um? Jarða tú bara tína deyðu!» Ábraham skilti Efron; og hann vigaði Efroni tað silvur, sum hann hevði nevnt í hjástøðu Hetita, fýra hundrað siklar í silvuri. Soleiðis kom jarðarstykki Efrons í Makpela áraka Mamre, jarðarstykkið og hellið, sum í tí var og øll trøini, sum allastaðni vuksu á tí, til at verða ogn Ábrahams í hjástøðu Hetita, frammi fyri øllum, sum gingu út og inn um borgarlið hansara. Síðan jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum í Makpela – jarðarstykki áraka Mamre – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Soleiðis fekk Ábraham av Hetitum jarðarstykkið og hellið, sum á tí var, til leggstaðar.
Ábraham var nú gamal og nógv til árs; og Harrin hevði vælsignað Ábraham í øllum lutum. Tá segði Ábraham við húskall sín, ið var elstur í húsi hansara og ráddi fyri øllum, sum hann átti: «Legg tú hond tína undir lendar mínar og svør mær við Harran, Guð himins og jarðar, at tú ikki vilt taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi millum; men tú skalt fara til føðiland og ættarfólk mítt og taka Ísaki, syni mínum, konu haðan!» Tá mælti húskallurin við hann: «Um nú gentan ikki vil fylgja mær aftur í hetta land, eigi eg tá at fara við syni tínum í tað land, sum tú fórt frá?» Men Ábraham svaraði honum: «Vara teg væl fyri at flyta son mín aftur hagar! Harrin, Guð himinsins, sum tók meg úr húsi faðirs míns og úr heimlandi mínum, hann sum hevur talað til mín, svorið mær og sagt: «Tínum eftirkomarum vil eg geva hetta landið,» hann vil senda eingil sín undan tær, so at tú kanst fáa syni mínum konu haðan. Og vil gentan ikki koma við tær, tá ert tú leysur frá eiðinum. Men íð hvussu er, mást tú ikki flyta son mín aftur hagar.» Tá legði húskallurin hondina undir lendar Ábrahams, húsbónda síns, og svór honum hetta. Síðan tók húskallurin tíggju av kamelum húsbónda síns og alskyns dýrgripir, ið húsbóndi hansara átti, og helt avstað til Nákors bygd í Áram-Náharáim. Men um kvøldið um tað mundið, tá ið genturnar vóru vanar at fara út eftir vatni, læt hann kamelarnar leggja seg niður við brunnin uttan fyri bygdina. Og hann tók at biðja: «Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, lat nú ferð mína eydnast og sýn kærleika móti Ábrahami, húsbónda mínum! Her standi eg við brunnin, og genturnar úr bygdini koma út higar eftir vatni. Tá ið eg nú biði eina teirra geva mær vatn at drekka, og hon tá sigur: «Drekk tú, og eg skal eisini brynna kamelum tínum,» lat hana tá vera gentuna, sum tú hevur ætlað Ísaki, tænara tínum. Av hesum man eg tá kenna, at tú sýnir kærleika móti húsbónda mínum!» Men áður enn hann hevði endað bøn sína, sí, tá kom Rebekka, dóttir Betuels, sonar Milku, konu Nákors, bróður Ábrahams, og hon hevði krukku sína á økslini; gentan var frálíka fríð í ásjón, moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni; hon fór niður í brunnin, fylti krukku sína og kom síðan uppaftur. Tá fór húskallurin rennandi ímóti henni og mælti: «Gev mær ein vatnsopa at drekka úr krukku tíni!» Hon svaraði: «Drekk, harri mín,» og tók alt í einum krukkuna niður av økslini í hond sína og gav honum at drekka. Og tá ið hon hevði givið honum at drekka, segði hon: «Eisini kamelum tínum vil eg geva vatn, til teir hava drukkið seg ótystar.» Og skundisliga stoytti hon úr krukku síni upp í vatntrogið, leyp niður aftur í brunnin at oysa og oysti øllum kamelum hansara vatn. Men maðurin stóð og eygleiddi hana tigandi til tess at komast eftir, um Harrin hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki. Og tá ið kamelarnir vóru lidnir at drekka, tók hann fram nasaring av gulli, ið vá hálvan sikul, og dró á armar hennara gullringar tveir, ið vógu tíggju siklar í gulli. Síðan mælti hann: «Sig mær, hvørs dóttir tú ert, og um tað er rúm í húsi faðirs tíns at hýsa okkum í nátt?» Hon svaraði honum: «Eg eri dóttir Betuels, sonar Milku, ið hon føddi Nákori.» Og hon segði við hann: «Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir.» Tá lútaði maðurin djúpt og tilbað Harran og mælti: «Lovaður veri Harrin, Guð Ábrahams, húsbónda míns, ið ikki hevur lætt av miskunn og trúfesti síni móti húsbónda mínum! Meg hevur Harrin leitt beina leið at húsi frænda húsbónda míns.» Gentan leyp nú heim í hús móður sínar at siga frá tí, ið til hevði borist. Men Rebekka átti bróður, Lában at navni. Tá ið hann sá nasaringin og ringarnar á ørmum systur sínar og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá, hvat maðurin hevði sagt fyri henni, rann hann út til mannin við brunnin; og tá ið hann var komin út hagar og sá mannin enn standa hjá kamelunum við brunnin, segði hann við hann: «Kom, tú vælsignaði av Harranum! Hví stendur tú her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum.» Maðurin kom nú til húsa; og Lában tók sær av kamelunum, gav teimum hálm og fóður og fekk manninum vatn til at tváa føtur sínar og føtur teirra, ið við honum vóru. Og matur varð settur fyri hann; men hann segði: «Ikki vil eg bragda mat, fyrr enn eg havi borið upp ørindi mítt.» Hann svaraði: «Tala!» Og hann mælti: «Eg eri húskallur Ábrahams. Harrin hevur ríkliga vælsignað húsbónda mín, so at hann er vorðin múgvandi maður; og hann hevur givið honum smalur og stórdýr, silvur og gull, trælir og trælkvendi, kamelar og asnar. Og Sára, kona húsbónda míns, hevur føtt honum son í ellisárum hans, og honum hevur hann givið alt, sum hann eigur. Og húsbóndi mín tók av mær eið og segði: «Tú mást ikki taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi í landinum hjá; heldur skalt tú fara í hús faðirs míns til frænda mína og taka syni mínum konu haðan!» Eg segði tá við húsbónda mín: «Vera má, at gentan ikki vil koma við mær.» Men hann svaraði: «Harrin, fyri hvørs ásjón eg gangi, man senda eingil sín við tær og lata ferð tína eydnast, so at tú fært syni mínum konu av ættfólki mínum úr húsi faðirs míns. Kemur tú til ættfólk mítt, tá skalt tú verða leysur frá eiðinum. Og vilja teir ikki geva tær hana, ert tú eisini leysur frá tí eiði, sum eg taki av tær.» Tá ið eg nú í dag kom at brunninum, bað eg soleiðis: «Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, gævi tú letur hesa ferð eydnast, sum eg eri á!» Sí, her standi eg við brunnin; kemur nú einhvør genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: «Gev mær vatnsopa at drekka úr krukku tíni,» og hon tá sigur við meg: «Bæði tær og kamelum tínum vil eg geva at drekka,» lat hana tá vera ta konu, ið Harrin hevur ætlað syni húsbónda míns!» Men áður enn eg hevði endað hesa røðu við sjálvan meg, sí, tá kom Rebekka út við krukku síni á økslini, steig niður í brunnin og bar vatn upp. Eg segði tá við hana: «Gev mær eitt sindur at drekka!» Beinanvegin tók hon krukku sína niður av økslini og segði: «Drekk tú, og eisini kamelum tínum skal eg brynna!» Síðan drakk eg; og hon brynti eisini kamelum mínum. Síðan spurdi eg hana: «Hvørs dóttir ert tú?» Hon svaraði: «Dóttir Betuels, sonar Nákors, ið Milka føddi honum.» Tá setti eg ringin í nøs hennara og dró ringar á armar hennara. Eg lútaði tá til jarðar og tilbað Harran. Eg lovaði Harranum, Guði Ábrahams, húsbónda míns, fyri at hann hevði leitt meg á rætta leið, so at eg kundi taka bróðurdóttur húsbónda míns syni hansara til konu. Vilja tit nú sýna húsbónda mínum góðvild og trúfesti, so sigið mær tað. Og vilja tit tað ikki, so sigið mær tað eisini, so at eg má hava nakað at fara eftir.» Tá svaraðu Lában og Betuel og søgdu: «Frá Harranum man hetta vera; vit kunnu einki gera tær, hvørki ilt ella gott. Her hevur tú Rebekku, far avstað við henni, at hon má verða kona sonar húsbónda tíns, eins og Harrin hevur sagt!» Tá ið húskallur Ábrahams hoyrdi hetta, lútaði hann til jarðar fyri Harranum. Og húskallurin tók fram gripir av silvuri, gulli og klæði og gav Rebekku; somuleiðis gav hann bróður og móður hennara gersimar. Síðan ótu og drukku teir, hann og fylgisneytar hans, og gistu har um náttina, og tá ið teir morgunin eftir komu upp, mælti hann: «Latið meg nú fara heim til húsbónda míns!» Men bróðir hennara og móðir søgdu: «Loyv gentuni at verða enn einar tíggju dagar hjá okkum. Síðan má hon fara!» Men hann svaraði teimum: «Haldið mær ikki aftur; Harrin hevur latið ferð mína eydnast; so latið meg nú sleppa heim aftur til húsbónda míns!» Tá søgdu tey: «Vit skulu rópa gentuna og spyrja hana sjálva.» Tey rópaðu tá Rebekku og søgdu við hana: «Vilt tú fara við hesum manni?» Hon svaraði: «Ja, eg vil fara.» Tá lótu tey Rebekku, systur sína, og fostru hennara, fara við húskalli Ábrahams og monnum hans. Og tey vælsignaðu Rebekku og søgdu við hana: «Gævi at systir vár verði at túsundum tíggju túsunda, og at eftirkomarar tínir hertaka borgarlið fígginda sína!» Síðan settust Rebekka og fylgismoyggjar hennara á kamelbak og fóru aftan á mannin; og húskallurin tók Rebekku við sær og fór leið sína. Tess ámillum var Ísakur farin í oyðimørkina við Lákai-Roi brunnin og dvaldist har á suðurlandinum. Eitt kvøldið fór hann út á víðavang at biðja; og tá hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá komu har nakrir kamelar. Og tá ið Rebekka hugdi upp og bar eyga við Ísak, fór hon niður av kamelinum; og hon spurdi húskallin: «Hvør er hasin maður, ið kemur móti okkum har á markini?» Hann svaraði: «Hatta er húsbóndi mín.» Tá tók hon slør sítt og huldi seg. Síðan segði húskallurin Ísaki frá øllum tí, sum hann hevði gjørt. Tá leiddi Ísakur hana inn í tjaldið hjá Sáru, móður síni, og tók hana til konu; og hann legði ástir við hana. Soleiðis varð Ísakur uggaður eftir lívlát móður sínar.
Ábraham tók sær aftur konu, Ketura at navni. Hon føddi honum Zimran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjúa. Joksjan gat Sába og Dedan; og synir Dedans vóru Assjuritar, Letusjitar og Leummitar. Synir Midians vóru Efa, Efer, Hánok, Ábida og Eldáa. Allir hesir eru synir Keturu. Og Ábraham gav Ísaki alt, sum hann átti; men teimum sonum, sum Ábraham gat við hjákonunum, gav hann gávur og sendi teir, meðan hann enn var á lívi, burtur frá Ísaki, syni sínum, eystur til eysturlanda. Hetta eru ævidagar Ábrahams, tey ár, hann livdi, eitt hundrað og sjeyti og fimm ár. Tá andaðist Ábraham og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum og savnaðist síðan hjá fedrum sínum. Og Ísakur og Ísmael, synir hansara, jarðaðu hann í Makpela-helli, í jørðini hjá Efroni, syni Zóhars Hetita, áraka Mamre. Í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt frá Hetitum; har varð Ábraham jarðaður og Sára, kona hansara. Eftir at Ábraham var deyður, vælsignaði Guð Ísak, son hans. Og Ísakur búði við Lákai-Roi brunnin. Hetta er ættartal Ísmaels, Ábrahamssonar, sum Hágar, hin egyptiska, trælkona Sáru, føddi honum. Og hesi eru nøvn Ísmaels sona eftir nøvnum og kyntáttum teirra: Nebajot, Ísmaels frumgitni, og Kedar, Adbeel, Mibsam, Misjma, Dúma, Massa, Hádad, Tema, Jetur, Náfisj og Kedma. Hesir eru synir Ísmaels, og hesi eru nøvn teirra í torpum teirra og tjaldbúðum; tólv høvdingar eftir kyntáttum sínum. Og hetta eru ævidagar Ísmaels; hundrað og tríati og sjey ár; tá andaðist hann og doyði og savnaðist til fedra sína. Teir høvdu bústaðir sínar frá Hávila alt at Sjúr áraka Egyptaland og allan vegin til Assjurs; og teir viku ikki fyri nøkrum av frændum sínum. Hetta er ættartal Ísaks Ábrahamssonar: Ábraham gat Ísak. Og Ísakur Ábrahamsson var fjøruti ára gamal, tá ið hann tók sær til konu Rebekku, dóttur Betuels hins áramaiska úr Paddan-Áram, systur Lábans hins áramaiska. Men Ísakur bað til Harrans fyri Rebekku, konu síni, tí hon var óburin; Harrin bønhoyrdi hann; og Rebekka, kona hansara, varð við barn. Og tá ið sveinarnir stoyttu saman í kviði hennara, mælti hon: «Er tað soleiðis vorðið, hví livi eg tá?» Hon leitaði tá til Harrans um ráð. Og Harrin segði við hana: «Tvær tjóðir eru í kviði tínum, og tveir ættleggir skulu greina seg út frá móðurlívi tínum. Annar skal vera mætari enn hin; hin eldri skal tæna hinum yngra.» Tá ið nú dagur hennara kom, at hon skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. Og hin fyrri kom út reydligur, allur sum hann var, alloðin eins og feldur; og teir nevndu hann Esav. Síðan kom bróðir hansara út; hann helt um hælin á Esavi; teir nevndu hann Jákup. Ísakur var seksti ára gamal, tá ið hon føddi teir. Tá ið nú sveinarnir komu til, gjørdist Esav frálíkur veiðimaður, ið reikaði um heiðarnar, meðan Jákup lá í friði heima við tjøldini. Ísakur unnaði Esav, av tí at honum dámdi væl villibráð; men Rebekka unnaði Jákup. Einaferð, tá ið Jákup búði til ein verð, kom Esav útlúgvaður av heiðum. Tá segði Esav við Jákup: «Gev mær sum skjótast nakað at eta, nakað av hasum reyða, av hasum reyða har, tí at eg eri útlúgvaður!» Tessvegna varð hann nevndur Edóm. Men Jákup svaraði: «Sel mær fyrst tín frumburðarrætt!» Tá mælti Esav: «Sí, eg eri deyðkomin; hvat gagnar mær hesin frumburðarrættur?» Jákup svaraði: «Svør mær hetta fyrst til!» Og hann svór Jákupi tað til og seldi honum sín frumburðarrætt. Síðan gav Jákup Esavi breyð og ein verð av flatbønum. Og hann át og drakk, fór síðan á føtur og helt avstað – leið sína. Soleiðis lítilsvirdi Esav frumburðarrætt sín.
Nakað eftir hetta varð hallár í landinum – eitt annað enn hitt fyrra á døgum Ábrahams. Og Ísakur fór til Ábimelek, kong Filista, í Gerar. Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Far ikki til Egyptalands, men verð búgvandi í tí landi, sum eg sigi tær! Búgv tú sum útiseti her í landinum, so skal eg vera við tær og vælsigna teg; tí at tær og eftirkomarum tínum skal eg geva øll hesi lond og evna tann eið, sum eg svór Ábrahami, faðir tínum; eg skal lata avkom títt verða fjølment eins og stjørnur himinsins og gevi eftirkomarum tínum øll hesi lond; og av avkomi tínum munnu allar tjóðir á fold fáa signing, aftur fyri at Ábraham var rødd míni lýðin og varðveitti rættarreglur, boðorð og fyriskipanir mínar og lóg mína.» Ísakur varð tá búgvandi í Gerar. Tá ið nú menninir har á staðnum komu at fregnast um konu hansara, segði hann, at hon var systir hansara, tí at hann tordi ikki at siga, at hon var kona hansara av ótta fyri, at menninir har á staðnum skuldu drepa hann vegna Rebekku, tí at hon var sera fríð á at líta. Men tá ið hann hevði búð har eina tíð, bar so á, at Ábimeleki, kongi Filista, var hyggjandi út um gluggan; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við Ísak, sum sat og kíndi Rebekku, konu síni. Tá rópaði Ábimelek á Ísak: «Sí, so er hon kortini kona tín! Hví segði tú tá, at hon var systir tín?» Ísakur svaraði: «Av tí at eg helt meg fara at týna lívið hennara vegna.» Tá segði Ábimelek: «Hví hevur tú gjørt okkum hetta? Einhvør av fólkinum kundi jú lættliga verið lagstur hjá konu tíni og tú soleiðis fingið okkum í syndasekt!» Síðan beyð Ábimelek øllum fólkinum og mælti: «Hvør tann, ið nertur henda mann og konu hansara, skal vissuliga bøta við lívinum!» Síðan sáaði Ísakur har í landinum og heystaði sama árið hundraðfalt; og Harrin vælsignaði hann, so at eyður hansara vaks í hvørjum, til hann var av ríkastu monnum. Hann átti fylgi av smalum og fylgi av stórdýrum og nógvar trælir, so at Filistar øvundaðu hann. Tá tóku Filistar og tiptu allar teir brunnar, ið húskallar faðirs hans høvdu grivið á døgum Ábrahams, faðirs hans, og fyltu teir við mold. Og Ábimelek mælti við Ísak: «Far frá okkum, tí at tú ert vorðin okkum ov máttugur!» Tá fór Ísakur haðan og setti upp búðir sínar í Gerardali og búði har. Men Ísakur læt aftur grava út teir brunnar, sum húskallar Ábrahams, faðirs hans, høvdu grivið, og sum Filistar høvdu tipt, eftir at Ábraham var deyður; og hann gav teimum somu nøvn, sum faðir hans hevði givið teimum. Tá ið nú húskallar Ísaks gróvu har í dalinum, komu teir fram á brunn við rennandi vatni. Men tá gjørdu hirðarnir í Gerar seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: «Hetta vatnið eiga vit!» Og hann nevndi brunnin Esek, tí at har høvdu teir klandrast við hann. Síðan gróvu teir annan brunn; men eisini um hann klandraðust teir. Hann nevndi hann Sitna. Tá fór hann burtur haðan og gróv annan brunn; um hann stóðst einki klandur; og hann nevndi hann Rehobot og segði: «Nú hevur Harrin rúmkað fyri okkum, so at vit mega fjølgast í landinum.» Haðan fór hann so niðan til Beersjebu. Somu nátt birtist Harrin fyri honum og segði: «Eg eri Guð Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg skal vælsigna teg og fjølga avkom títt fyri sakir Ábrahams, tænara míns.» Tá reisti hann altar har og ákallaði navn Harrans, og hann setti har tjald sítt; og har gróvu húskallar Ísaks brunn. Tá kom Ábimelek til hansara frá Gerar við Áhuzzati, vini sínum, og Píkoli, herhøvdinga sínum. Men Ísakur segði við teir: «Hví koma tit til mín, tá ið tit kortini hata meg og hava rikið meg burtur frá tykkum?» Teir svaraðu honum: «Vit hava týðiliga sæð, at Harrin er við tær; tí hugsaðu vit at fáa eiðargerð í lag millum okkara og tín og gera sáttmála við teg, til tess at tú ikki skalt meina okkum, ið ikki hava nortið teg, men einans gjørt væl ímóti tær og latið teg fara í friði; tí at tú ert vælsignaður av Harranum.» Tá gjørdi hann veitslu fyri teimum; og teir ótu og drukku. Snimma morgunin eftir gjørdu teir eiðir sín ámillum; síðan fylgdi Ísakur teimum á leið; og skildust teir tá við hann í friði. Sama dag komu húskallar Ísaks og søgdu honum frá tí brunni, sum teir høvdu grivið og mæltu við hann: «Vit hava funnið vatn.» Og hann nevndi hann Sjiba, tí eitur bygdin Beersjeba enn í dag. Tá ið Esav var fjøruti ára gamal, tók hann sær tvær konur, Judit, dóttur Beeri Hetita, og Básemat, dóttur Elons Hetita. Hetta neit Ísaki og Rebekku í hjartað.
Tá ið Ísakur var vorðin gamal, og eyguni bilaðu honum, rópaði hann til sín Esav, eldra son sín, og segði við hann: «Sonur mín!» Hann svaraði honum: «Her eri eg!» Og hann segði við hann: «Sí, eg eri nú vorðin gamal og veit ikki mín deyðadag. Tak nú veiðitól tíni, ørvahúsa og boga, og far út á heiðar og veið mær onkra bráð. Ger so einhvønn góðan verð til, ið mær dámar væl, og fá mær at eta, so at sál mín kann vælsigna teg, áður enn eg doyggi!» Men Rebekka hevði staðið og lurtað, meðan Ísakur talaði við Esav, son sín. Og tá ið Esav var farin út á heiðar at veiða bráð til faðirs síns, mælti hon við Jákup, yngra son sín, og segði: «Eg hoyrdi faðir tín tala við Esav, bróður tín, og siga: «Fá mær villibráð og ger mær krás til, so at eg má eta og vælsigna teg fyri ásjón Harrans, áður enn eg doyggi!» Lýð mær nú, sonur mín, og ger, sum eg bjóði tær. Far út í seyðafylgið og tak mær haðan tvey geitarlomb; so skal eg av teimum tilreiða faðir tínum góðan verð, ið honum dámar best. Tað skalt tú fáa faðir tínum, til tess at hann má eta og vælsigna teg, áður enn hann doyr!» Men Jákup segði við Rebekku, móður sína: «Ja, men Esav, bróðir mín, er jú loðin, men eg eri snøggur! Kanska fer faðir mín at trilva uppi á mær, tá verði eg honum eins og svíkjari og leiði yvir meg bølbøn í staðin fyri signing.» Men móðir hansara svaraði honum: «Yvir meg komi bølbøn, ið tær verður ætlað! Lýð tú einans mær og far mær eftir lombunum!» Hann fór tá eftir teimum og kom aftur til móður sínar; og móðir hansara gjørdi góðan verð til, sum faðir hansara dámdi best. Og Rebekka tók hátíðarklæðini hjá Esavi, eldra syni sínum, tey, sum hon hevði hjá sær í húsinum, og læt Jákup, yngra son sín, fara í tey. Skinnini av geitarlombunum vavdi hon um hendur og har, sum hálsur hansara var nakin. Og tann góða verðin og breyðið, sum hon hevði tilreitt, fekk hon Jákupi, syni sínum. Hann fór tá inn til faðirs síns og segði: «Faðir mín!» Hann svaraði: «Her eri eg! Hvør ert tú, sonur mín?» Jákup segði tá við faðir sín: «Eg eri Esav, frumgitni sonur tín; eg havi nú gjørt, eins og tú baðst meg; set teg nú upp undir teg og et av villibráð míni, so at sál tín kann vælsigna meg!» Men Ísakur segði við son sín: «Hvussu kundi tú so skjótt finna nakað, sonur mín?» Hann svaraði: «Harrin, Guð tín, læt tað vera á vegi mínum.» Tá segði Ísakur við Jákup: «Kom nærri, sonur mín, so at eg kann trilva á tær og vita, hvørt tú ert sonur mín Esav ella ikki!» Jákup gekk tá at faðir sínum; og tá ið hann hevði trilvað á honum, mælti hann: «Røddin er rødd Jákups; men hendurnar eru hendur Esavs!» Men hann kendi hann ikki, av tí at hendur hansara vóru lodnar eins og hendur Esavs, bróður hans; og hann vælsignaði hann. Og hann mælti: «Ert tú Esav, sonur mín?» Hann svaraði: «Ja, eg eri.» Tá mælti hann: «Borðreið tá fyri mær og lat meg eta av bráð sonar míns, til tess at sál mín má vælsigna teg.» Hann borðreiddi tá fyri honum, og hann át. Og hann kom við víni til hansara, og hann drakk. Og Ísakur, faðir hansara, segði við hann: «Kom higar til mín, sonur mín, og kyss meg!» Hann fór tá yvir til hansara og kysti hann. Men tá ið hann kendi roykin av klæðum hans, vælsignaði hann hann við hesum orðum: «Roykurin av syni mínum er eins og roykurin av jørð, ið Harrin hevur vælsignað. Guð gevi tær døgg av himni og fiti jarðar og nøgdir av korni og aldinløgi. Tjóðir skulu tæna tær og tjóðflokkar lúta tær! Tú skalt valda brøðrum tínum, og synir móður tínar skulu lúta tær! Bannaður veri hvør tann, sum bannar teg, og signaður veri hvør tann, sum signar teg!» Men beint tá ið Ísakur hevði lokið at vælsigna Jákup, og Jákup var farin út frá faðir sínum, kom Esav aftur av veiðiferð síni. Eisini hann gjørdi góðan verð til, setti fyri faðir sín og segði við faðir sín: «Statt upp, faðir mín, og et av bráð sonar tíns, til tess at sál tín má vælsigna meg!» Men Ísakur, faðir hansara, segði við hann: «Hvør ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri Esav, frumgitni sonur tín.» Tá varð Ísakur ógvuliga illa skelkaður og segði: «Men hvør var tá hesin, ið kom higar við bráð, sum hann hevði fangað? Og eg át av henni, áður enn tú komst, og eg vælsignaði hann. Nú er og verður hann vælsignaður!» Men tá ið Esav hoyrdi hesi orð faðirs síns, rópaði hann hart og sáran og segði við faðir sín: «Signa eisini meg, faðir mín!» Men hann segði: «Bróðir tín kom við svikræði og tók signing tína!» Tá segði hann: «Av sonnum eitur hann Jákup, tí at tvær ferðir hevur hann nú teipað meg; frumburðarrætt mín tók hann; og nú hevur hann tikið signing mína.» Og hann segði: «Hevur tú onga signing eftir til mín?» Men Ísakur svaraði og segði við Esav: «Sí, eg havi sett hann at valda tær og givið honum brøður sínar til trælir, og kornið og aldinløgin havi eg givið honum! – Hvat kann eg tá gera fyri teg, sonur mín?» Tá segði Esav við faðir sín: «Hevur tú bara hasa einu signingina, faðir mín? Signa tú eisini meg, faðir mín!» Og Esav skar í grát. Tá svaraði Ísakur, faðir hansara, og segði við hann: «Fjart frá fiti jarðarinnar skal bústaður tín verða og uttan døgg av himni! Av svørði tínum skalt tú liva, og træla skalt tú hjá bróður tínum. Men tá ið tú leggur á tað dýrasta, tú ert mentur, manst tú bróta ok hans av hálsi tínum.» Tá legði Esav hatur á Jákup fyri ta signing, ið faðir hansara hevði givið honum. Og Esav hugsaði við sær: «Nú nærkast tíðin, tá ið farið verður at harma sála faðir mín; tá skal eg drepa Jákup, bróður mín!» Men tá ið Rebekka fekk fregn um, hvat ið Esav, eldri sonur hennara, hevði sagt, sendi hon boð eftir Jákupi, yngra syni sínum, og segði við hann: «Sí, Esav, bróðir tín, ætlar at hevna seg inn á teg og drepa teg; men far nú eftir ráðum mínum og flýggja burtur til Lábans, bróður mín, í Káran, og dvølst eina tíð hjá honum, til vreiðin er runnin av bróður tínum, til hevndarhugur bróður tíns móti tær er sissaður, og hann hevur gloymt tað, ið tú hevur gjørt honum; tá skal eg senda boð og lata teg føra heim aftur haðan. Hví skal eg missa báðar synir mínar á einum degi?» Síðan segði Rebekka við Ísak: «Mær stendst við lívið vegna døtur Hets; um Jákup tekur sær tílíka hetitiska kvinnu, eina av døtrum landsins, til konu, hvat er mær lívið tá?»
Tá rópaði Ísakur Jákup til sín og vælsignaði hann og beyð honum: «Tak tær ikki konu av døtrum Kánáans, men far tær til Paddan-Áram í hús Betuels, móðurfaðirs tíns, og tak tær haðan konu av døtrum Lábans, móðurbróður tíns! Og Guð hin alvaldi vælsigni teg og lati teg nørast og fjølgast, so at tú verður ættarfaðir at mongum tjóðum; hann gevi tær signing Ábrahams, tær og avkomi tínum við tær; og hann gevi tær land útiseturs tíns til ognar, tað sum Guð gav Ábrahami!» Síðan sendi Ísakur Jákup avstað; og hann fór til Paddan-Áram, til Lábans Betuelssonar, hins áramaiska, bróður Rebekku, móður Jákups og Esavs. Men tá ið Esav var varur við, at Ísakur hevði vælsignað Jákup og sent hann til Paddan-Áram at fáa sær konu haðan, eftir at hann hevði vælsignað hann og boðið honum, at hann skuldi ikki taka sær konu av døtrum Kánáans, og at Jákup hevði lýtt faðir sínum og móður og var farin til Paddan-Áram, tá skilti Esav, at døtur Kánáans ikki hóvaðu Ísaki, faðir hansara. Og hann fór tá til Ísmaels og tók sær Máhalat, dóttur Ísmaels Ábrahamssonar, systur Nebajots, til konu umframt hinar konur sínar. Jákup fór nú frá Beersjebu og helt leið síni til Káran. Men tá ið hann var komin at halgistaðinum, vildi hann verða har um náttina, av tí at sól var farin til viða; hann tók sær tá ein av steinunum, ið har vóru, og hevði hann til høvdalag og legði seg har at sova. Tá droymdi hann, at hann sá stiga, sum stóð á jørðini og røkk upp til himins; og sí, einglar Guðs gingu upp og niður eftir honum. Men uppi yvir honum stóð Harrin og segði: «Eg eri Harrin, Guð Ábrahams og Guð Ísaks, faðirs tíns. Landið, tú liggur á, gevi eg tær og avkomi tínum. Og avkom títt skal verða eins og dustið á jørð, og tú skalt breiða teg bæði í vestur og eystur, í suður og norður. Og av tær og avkomi tínum skulu allar ættir á fold fáa signing. Og sí, eg eri við tær og skal varðveita teg allar staðir, hvar ið tú fert, og føra teg aftur í hetta landið; tí at ikki vil eg fara frá tær, men evna alt tað, sum eg havi lovað tær.» Tá vaknaði hann úr svøvni sínum og mælti: «Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!» Og ótti kom á hann, og hann mælti: «Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!» Og Jákup reis tíðliga um morgunin, tók steinin, sum hann hevði havt undir høvdinum, og reisti hann sum steinsúlu og helti olju oman yvir hann. Og hann nevndi henda stað Betel; áður hevði staðurin itið Luz. Tá strongdi Jákup hetta heiti: Verður Guð við mær, og varðveitir hann meg á hesi ferð míni, eg eri á, og gevur mær breyð til matna og klæði at fara í, og eg komi heim aftur í hús faðirs míns í øllum góðum, so skal Harrin vera Guð mín! Og hesin steinur, ið eg havi reist sum steinsúlu, skal vera Guðs hús; og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund.
Síðan helt Jákup áfram ferð síni og kom til land eysturbúgva. Tá sá hann á markini brunn; og sí, har lógu trý fylgi á bóli um hann, tí at úr tí brunni vóru teir vanir at brynna fylgjunum; men yvir brunninum lá stórur steinur. Tá ið fylgini vórðu savnað saman hagar, veltu teir steinin frá brunnmunnanum og bryntu fenaðinum; síðan veltu teir aftur steinin fyri brunnmunnan á stað sín. Jákup spurdi teir tá: «Hvaðan eru tit, brøður?» Teir svaraðu: «Vit eru úr Káran.» Hann spurdi teir aftur: «Kenna tit Lában Nákorsson?» Teir svaraðu: «Ja, hann kenna vit væl.» Hann spurdi tá: «Vignast honum væl?» Teir svaraðu: «Ja, honum vignast væl; og sí, har kemur Rakul, dóttir hansara, við seyðafylginum.» Tá mælti hann: «Tað er jú alljósur dagur enn og ov tíðliga til at reka fenaðin saman; brynnið smalunum og farið aftur á bit við teimum!» Teir svaraðu: «Tað fáa vit ikki gjørt, fyrr enn allir hirðarnir eru samankomnir; tá velta teir steinin frá brunnmunnanum, og tá brynna vit fenaðinum.» Meðan hann enn var á máli við teir, kom Rakul við smalunum, ið faðir hennara átti, og sum hon goymdi at. Men so skjótt sum Jákup sá Rakul, dóttur Lábans, móðurbróður síns, og smalur hansara, fór hann og velti steinin frá brunnmunnanum og brynti smalum Lábans, móðurbróður síns. Og Jákup kysti Rakul og skar í grát. Síðan segði Jákup frá, at hann var skyldmaður faðirs hennara, og at hann var sonur Rebekku. Tá rann hon heim at siga hetta fyri faðir sínum. Men so skjótt sum Lában hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum; og hann fevndi hann og myntist við hann og leiddi hann heim í hús sítt. Síðan segði Jákup Lábani frá øllum, sum tilborist hevði. Tá segði Lában við hann: «Ja, tú ert hold mítt og bein!» Men tá ið hann hevði verið heilan mánað hjá honum, segði Lában við Jákup: «Eigur tú at tæna hjá mær fyri einki, vegna tess at tú ert frændi mín? Nei, sig mær, hvat tú vilt hava í løn!» Nú átti Lában tvær døtur; hin eldra æt Lea og hin yngra Rakul. Lea hevði ring eygu; men Rakul var bæði væl vaksin og fríð í ásjón. Jákup elskaði Rakul; og hann segði: «Eg vil tæna tær í sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína.» Lában svaraði: «Heldur gevi eg tær hana enn fremmandum manni; verð tú bert verandi hjá mær.» Jákup tænti nú fyri Rakul í sjey ár; men tey vóru honum bert eins og nakrir dagar; tí at hann elskaði hana. Síðan segði Jákup við Lában: «Gev mær nú konu mína, tí at tænastudagar mínir eru nú lidnir, so at eg má fara inn til hennara!» Tá bjóðaði Lában øllum monnum har á staðnum í veitslu, sum hann læt halda. Um kvøldið tók hann Leu dóttur sína og leiddi hana til hansara; og hann fór inn til hennara. Og Lában gav Leu, dóttur síni, Zilpu, trælkonu sína, sum ternu. Men morgunin eftir, tá ið hann sá, at tað var Lea, segði hann við Lában: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær? Havi eg ikki tænt tær fyri Rakul? Hví hevur tú tá teipað meg!» Men Lában svaraði: «Ikki er tað siður í okkara landi at gifta ta yngru dóttrina fyrr enn hina eldru. Bíða nú, til brúðarvikan hjá hesari er at enda, so vil eg geva tær eisini hina, um tú tænir hjá mær onnur sjey ár afturat.» Jákup so gjørdi. Tá ið hann hevði hildið brúðarvikuna at enda, gifti hann honum Rakul, dóttur sína. Og Lában gav Rakuli, dóttur síni, trælkonu sína Billu sum ternu. Síðan fór Jákup eisini inn til Rakular; og hann unti Rakul fram um Leu; hann tænti nú hjá Lábani sjey ár afturat. Tá ið Harrin sá, at Lea var forfjónað, læt hann upp móðurlív hennara; men Rakul var óburin. Lea varð nú við barn og føddi son; og hon nevndi hann Ruben; tí at hon segði: «Harrin hevur sæð neyð mína; nú man maður mín fara at unna meg.» Síðan varð hon aftur við barn og føddi son; tá segði hon: «Av tí at Harrin hevur hoyrt, hvussu fjónað eg eri, hevur hann givið mær eisini henda.» Tí nevndi hon hann Símeon. Aftur varð hon við barn og føddi son; tá segði hon: «Nú man maður mín fara at halda seg aftur at mær, tí at nú havi eg føtt honum tríggjar synir.» Tess vegna nevndi hon hann Levi. Og hon varð uppaftur við barn og føddi son; tá segði hon: «Aftur skal eg lova Harranum.» Av tí nevndi hon hann Júda. Síðan helt hon uppat at eiga børn.
Tá ið Rakul sá, at hon eingi børn føddi Jákupi, varð hon øvundsjúk inn á systur sína; og hon mælti við Jákup: «Lat meg fáa børn, tí at annars má eg doyggja!» Tá reiddist Jákup inn á Rakul og segði: «Eri eg Guð? Tað er jú hann, ið hevur sýtt tær avkom!» Síðan segði hon: «Her er Billa, terna mín, far inn til hennara, til tess at hon má føða á fang mítt, og eg soleiðis fáa avkom av henni!» Tá fekk hon honum Billu, ternu sína, til konu; og Jákup fór inn til hennar. Og Billa varð við barn og føddi Jákupi son. Tá segði Rakul: «Nú hevur Guð veitt mær rætt og bønhoyrt meg og givið mær son!» Av tí nevndi hon hann Dán. Og Billa, terna Rakular, varð við barn á øðrum sinni og føddi Jákupi annan son. Tá segði Rakul: «Í stríði Guðs havi eg staðið móti systur míni og vunnið!» Tí nevndi hon hann Naftali. Men tá ið Lea sá, at hon hevði hildið uppat at eiga børn, tók hon Zilpu, ternu sína, og fekk Jákupi hana til konu. Og tá ið Zilpa, terna Leu, hevði føtt Jákupi son, segði Lea; «Nú eri eg eydnurík!» Og hon nevndi hann Gád. Og Zilpa, terna Leu, føddi Jákupi annan son; tá segði Lea: «Nú eri eg eydnusæl; og eydnusæla munnu konur meg prísa!» Tí nevndi hon hann Ásjer. Eina ferð í hveitiskurðartíð fór Ruben út í bøin; har fann hann nøkur ástarepli, sum hann hevði heim við sær til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: «Gev mær nøkur av ástareplum sonar tíns!» Lea svaraði: «Er tað tær ikki nóg mikið at hava tikið mannin frá mær? Ætlar tú eisini at taka ástarepli sonar míns?» Men Rakul svaraði: «Aftur fyri ástarepli sonar tíns má hann sova hjá tær í nátt.» Tá ið Jákup um kvøldið kom aftur úr bønum, fór Lea út ímóti honum og segði: «Tú skalt vera hjá mær í nátt, tí at eg havi keypt teg fyri ástarepli sonar míns.» Ta náttina svav hann hjá henni. Og Guð bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og føddi Jákupi hin fimta sonin. Tá segði Lea: «Guð hevur lønt mær aftur fyri, at eg gav manni mínum ternu mína.» Tí nevndi hon hann Issakar. Og Lea varð aftur við barn og føddi Jákupi hin sætta sonin. Tá segði Lea: «Góða gávu hevur Guð givið mær; nú vil húsbóndi mín búgva hjá mær, tí at eg havi føtt honum seks synir.» Tí nevndi hon hann Zebulon. Seinni føddi hon dóttur og nevndi hana Dinu. Tá kom Guði Rakul í huga; og Guð bønhoyrdi hana og læt upp móðurlív hennara. Hon varð tá við barn og føddi son og segði: «Guð hevur tikið burtur ósømd mína.» Tessvegna nevndi hon hann Jósef, tí at hon segði: «Guð lati meg enn fáa ein son!» Tá ið Rakul hevði føtt Jósef, mælti Jákup við Lában: «Loyv mær nú at fara heim aftur í land mítt. Fá mær konur mínar og børn míni, sum eg havi tænt fyri hjá tær, og lat meg fara! Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær!» Men Lában svaraði honum: «Mátti eg funnið náði í eygum tínum! Eg havi fingið varhugan av, at Harrin hevur vælsignað meg tín vegna.» Og hann segði: «Sig mær, hvat tú vilt hava í løn; og eg skal gjalda tær tað.» Men Jákup segði: «Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt tær, og hvat ið fenaður tín er vorðin av mínum ávum! Tí lítið átti tú, áður enn eg kom; men nú eigur tú almikið; Harrin hevur vælsignað teg við hvørt fótafet mítt. Og nú, nær ætlar tú, at eg skal gera nakað hjá mær sjálvum?» Men Lában segði: «Hvat skal eg geva tær?» Jákup svaraði: «Tú skalt als einki geva mær; men um hetta hóvar tær, tá lat meg framvegis røkta seyðir tínar og gæta teir. So ætli eg í dag at fara um allan fenað tín, og eg vil skilja burtur úr alt tað, sum flekkut og mislitt er; allir teir svørtu seyðirnir og allar tær flekkutu ella mislittu geitirnar skulu vera løn mín. Frá morgindegnum skal sakloysi mítt vitna fyri meg, tá ið tú kemur at kanna tað fylgi, sum skal vera løn mín: alt tað av geitum, ið ikki er flekkut ella mislitt, og alt tað av seyðum, ið ikki er svart, skal teljast at vera stolið av mær.» Lában svaraði: «Lat tað tá verða, eins og tú hevur sagt!» Sama dag skildi Lában teir havrar frá, ið vóru flekkutir og mislittir, og allar flekkutar og mislittar geitir, alt, sum hevði onkran hvítan flekk, og allar svartar seyðir, og fekk sonum sínum tað í varðveitslu. Og hann læt tríggjar dagsferðir vera millum sín og Jákups. Síðan røktaði Jákup tað, ið eftir var av seyðum Lábans. Men Jákup fekk sær grønar greinar av øsp og mandluviði og platánviði; og hann skavaði burtur av greinunum, soleiðis at hvítar rendur komu á tær. Síðan setti hann greinarnar, sum hann hevði skavað burtur av, niður í vatntrogini fyri framman fenaðin, í vatnrennurnar, hagar ið hann kom at drekka; tí at hann paraðist oftast, tá ið hann kom at drekka. Tá ið nú smalurnar paraðust frammi fyri greinunum, fingu tær gjørðut, flekkut og mislitt lomb. Jákup skildi nú lombini frá og læt smalurnar venda høvdinum móti tí flekkuta og øllum tí svarta í fylgi Lábans. Soleiðis vann hann sær sjálvum fæflokkar; men læt teir ikki koma saman við Lábans. Og hvørja ferð tað vóru valadjór, ið paraðust, setti Jákup greinarnar í vatntrogini framman fyri tey, til tess at tey skuldu parast frammi fyri greinunum. Men tá ið tað vóru óvandadjórini, setti hann ikki greinarnar framman fyri tey. Soleiðis fekk Lában tey ringu djórini, men Jákup tey góðu. Á henda hátt varð maðurin ovurríkur og fekk miklar fæflokkar, trælkvendi og trælir, kamelar og asnar.
Men tá hoyrdi Jákup synir Lábans siga: «Jákup hevur tikið alt, sum faðir okkara eigur; av ognum faðirs várs hevur hann vunnið sær allan hendan eyð.» Jákup sá eisini á yvirbragdi Lábans, at hann ikki var hin sami, sum hann hevði verið. Tá segði Harrin við Jákup: «Far heim aftur í land fedra tína til ættarfólk títt; eg skal vera við tær!» Tá sendi Jákup boð eftir Rakuli og Leu um at koma út í hagan, har sum fæflokkur hansara var. Og hann segði við tær: «Eg síggi á yvirbragdi faðirs tykkara, at hann ikki er hin sami móti mær sum áður, av tí at Guð faðirs míns hevur verið við mær. Men tit vita sjálvar, hvussu eg havi tænt faðir tykkara av øllum alvi mínum. Men faðir tykkara hevur svikið meg og tíggju ferðir broytt løn mína; men Guð loyvdi honum ikki at meina meg. Segði hann, at øll tey flekkutu djórini skuldu vera mín løn, tá fekk allur fæflokkurin flekkut avkom; og segði hann, at tey gjørðutu djórini skuldu vera mín løn, tá fekk allur fæflokkurin gjørðut avkom. Soleiðis hevur Guð tikið fenaðin frá faðir tykkara og givið mær hann. Og einaferð í brundtíðini droymdi meg, at eg leit meg um og varð varur við, at kalldjórini, sum brundaðu, vóru gjørðut, flekkut og mislitt; og eingil Harrans segði við meg í dreymi: «Jákup!» Og eg svaraði: «Her eri eg.» Tá mælti hann: «Hav upp eygu tíni og sí, hvussu øll kalldjórini, sum brunda, eru gjørðut, flekkut og mislitt! Tí eg havi sæð alt, sum Lában hevur gjørt tær. Eg eri hin Guð, ið birtist fyri tær í Betel, har sum tú salvaði steinsúluna og strongdi mær heiti; nú skalt tú fara úr hesum landi og flyta heim aftur í føðiland títt.» » Tá tóku Rakul og Lea til orða og søgdu við hann: «Hvønn lut ella arv hava vit longur í húsi faðirs okkara? Telur hann okkum ikki sum fremmandar, tá ið hann selur okkum, og sjálvur etur upp tað, sum hann hevur fingið fyri okkum? Heldur eiga vit og børn okkara allan tann eyð, sum Guð hevur tikið frá faðir okkara. Og ger tú í øllum, eins og Guð býður tær.» Tá fór Jákup og setti børn síni og konur sínar upp á kamelarnar og hevði við sær allan fenað sín og allar tær ognir, sum hann hevði vunnið sær, tann fenað, sum hann átti og hevði vunnið sær í Paddan-Áram. Síðan helt hann ferðini heim til Ísaks, faðirs síns, í Kánáanlandi. Men meðan Lában var á várfjalli, stjól Rakul húsgudin hjá faðir sínum. Og Jákup lumpaði Lában, hin áramaiska, við at dylja fyri honum, at hann ætlaði sær at rýma. Og hann rýmdi við øllum, ið hann átti, helt avstað yvir um ánna og stevndi ímóti Gileads fjøllum. Tá ið Lában triðja dagin eftir frætti, at Jákup var rýmdur, tók hann við sær frændur sínar og helt aftan á hann í sjey dagar og fekk hann aftur á Gileads fjøllum. Men tá kom Guð til Lábans í dreymum á nátt og segði við hann: «Vara teg fyri at mæla eitt tað einasta illa orð við Jákup!» Lában fekk nú Jákup aftur. Jákup hevði sett síni tjøld á fjallinum, meðan Lában við frændum sínum hevði sett tjøld síni á Gileads fjøllum. Tá mælti Lában við Jákup: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt? Meg hevur tú lumpað og ert farin við døtrum mínum, eins og tær vóru hertiknar! Hví rýmdi tú loyniliga og sveik meg og lætst meg ikki vita av, so at eg kundi fylgt tær á veg við fagnaði, við songi, glymskálum og søltrum? Illa hevur tú gjørt ikki at lata meg kyssa synir og døtur mínar! Eg havi vald at meina teg; men Guð fedra tykkara segði við meg í nátt: Vara teg fyri at mæla við Jákup eitt tað einasta illa orð! Vissuliga rýmdi tú, av tí at tær langtaði heim aftur til hús faðirs tíns; men hví stjólst tú tá gud mín?» Tá svaraði Jákup og segði við Lában: «Eg óttaðist, tí at eg hugsaði, at tú fórt at taka døtur tínar aftur frá mær. Men tann, sum tú finnur húsgud tín hjá, skal láta lív; leita nú í hjástøðu frænda vára og tak tær tað, sum tú finnur, av tínum her hjá mær!» Men Jákup visti ikki, at Rakul hevði stolið hann. Lában fór tá inn í tjaldið hjá Jákupi og inn í tjaldið hjá Leu og báðum ternunum, men einki hann fann; síðan gekk hann út aftur úr tjaldi Leu og inn í tjald Rakular. Men Rakul hevði tikið húsgudin og lagt hann í kamelsaðilin og sett seg oman á hann. Tá ið Lában nú hevði leitað vandaliga um alt tjaldið og einki funnið, segði hon við faðir sín: «Harri mín má ikki ilskast inn á meg, at eg ikki kann rísa fyri tygum; tí at mær fer á konu vísi.» Síðan leitaði hann, men fann ongan húsgud. Tá kom øði í Jákup; og hann hevði harðliga at Lábani og segði við hann: «Hvat havi eg brotið, og hvat er synd mín, at tú eltir meg so? Tú hevur leitað vandaliga í øllum viðføri mínum; og hvat hevur tú so funnið av øllum búlutum tínum? Legg tað her frammi fyri frændum mínum og frændum tínum; og dømi teir okkara millum! Í tjúgu ár havi eg nú verið hjá tær, og ær og geitir tínar hava ikki kastað burtur, og veðrarnar í fylgi tínum havi eg ikki etið; tað sundurskrædda bar eg tær ikki, men endurgalt sjálvur; av míni hond kravdi tú bæði tað, sum varð stolið á degi, og tað, sum varð stolið á nátt; um dagin tærdi hitin meg, um náttina kuldin, og eygu míni fingu ikki blund. Eg havi nú verið í húsi tínum í tjúgu ár; fjúrtan ár havi eg tænt fyri báðar døtur tínar, seks ár fyri fæflokkar tínar; og tíggju ferðir hevur tú broytt løn mína. Hevði ikki Guð faðirs míns, Ábrahams Guð og Ísaks ræðsla, hjálpt mær, tá mundi tú sent meg tómhentan burtur; men Guð hevur sæð eymd mína og møði, og í nátt hevur hann veitt mær rætt!» Tá svaraði Lában og segði við Jákup: «Døturnar eru mínar, synirnir eru mínir, og fæflokkarnir eru mínir, og alt, sum tú sært, er mítt; men hvat skuldi eg í dag gjørt hesum døtrum og børnum teirra, ið tær hava alt? Kom tí nú og latum okkum gera sáttmála millum mín og tín, ið skal vera vitni okkara millum!» Tá tók Jákup stein og setti hann upp sum steinsúlu; og Jákup segði við frændur sínar: «Hentið steinar saman!» og teir tóku steinar og bygdu grótheyggj; síðan fingu teir sær mat á grótheygnum. Lában nevndi hann Jegar-Sáhaduta, men Jákup nevndi hann Gáled. Tá mælti Lában: «Hesin grótheyggjur skal í dag vera vitni millum mín og tín.» Tí nevndi hann hann Gáled og eisini Mizpa, tí hann segði: «Harrin skal eygleiða okkum, tá ið vit nú fara hvør frá øðrum. Men fert tú illa við døtrum mínum og tekur tær konur umframt døtur mínar, tá skalt tú vita: tó at eingin er hjástaddur, er Guð tó vitni millum mín og tín!» Og Lában segði við Jákup: «Sí henda grótheyggj og hesa steinsúlu, sum eg havi reist millum mín og tín – hesin grótheyggjur skal vera vitni, og henda steinsúla váttur tess, at hvørki skal eg fara yvir um henda grótheyggj til tín, og ei heldur tú koma yvir um hann til mín við illum í huga. Guð Ábrahams og Guð Nákors, Guð faðirs teirra, dømi okkara millum!» Tá svór Jákup við ræðslu Ísaks, faðirs síns. Síðan slátraði Jákup offurdjór á fjallinum og beyð frændum sínum til máltíðar; og teir fingu sær mat og vórðu á fjallinum um náttina.
Og eisini Jákup fór leið sína; men honum møttu einglar Guðs; og tá ið Jákup sá teir, segði hann: «Her eru herbúðir Guðs!» og hann nevndi tann staðin Máhanáim. Jákup sendi nú ørindrekar undan sær til Esavs, bróður síns, í Se'irs landi á Edóms vøllum. Og hann beyð teimum og segði: «Soleiðis skulu tit siga við harra mín Esav: So sigur Jákup, trælur tín: Hjá Lábani havi eg dvalt í útisetri alt at hesum degi; eg havi savnað mær neyt og asnar, smalur, trælir og trælkvendi; nú sendi eg harra mínum boð um hetta, til tess at eg kann finna náði í eygum tínum.» Men ørindrekarnir komu aftur til Jákups og søgdu: «Vit komu til Esavs, bróður tíns; eisini hann er á veg móti tær og fýra hundrað mans við honum.» Tá varð Jákup ógvuliga ræddur, og í neyð síni skipaði hann fólkið, sum við honum var, og smalur, stórdýr og kamelar sundur í tveir flokkar; tí hann hugsaði sum so: Um Esav kemur fram á annan flokkin og týnir hann, so kann hin flokkurin komast undan. Síðan bað Jákup: «Guð Ábrahams og Guð Ísaks, fedra mína, tú Harri, ið segði við meg: Far heim aftur í land títt til ættarfólk títt, so skal eg gera væl við teg. Eg eri ikki verðigur alla ta miskunn og alla ta trúfesti, ið tú hevur sýnt ímóti tænara tínum; tí at við stavi mínum eina fór eg yvir um Jórdan har, og nú eri eg vorðin at tveimum flokkum. Bjarga mær nú úr hondum bróður míns, úr hondum Esavs, tí at eg beri miklan ótta fyri, at hann kemur at drepa bæði meg og móður við børnum. Men tú hevur sjálvur sagt, at tú vilt gera væl við meg, og lata avkom mítt verða eins og sandin við sævarstrond, ið er so nógvur, at eingin fær talt hann!» Hann varð nú har ta náttina. Síðan tók hann av tí, sum hann átti, gávu til Esav, bróður síns, tvey hundrað geitir, tjúgu havrar, tvey hundrað ær, tjúgu veðrar, tríati kamelryssur við fylum sínum, fjøruti kýr og tíggju tarvar, tjúgu øsnur og tíggju asnafolar. Og hann fekk tænarum sínum fæflokkarnar hvønn sær og segði við tænarar sínar: «Farið undan mær og latið eitt bil vera millum fæflokkanna!» Og hann beyð tí fyrsta og segði: «Tá ið Esav, bróðir mín, møtir tær og spyr teg: Hvør maður ert tú, og hvar ætlar tú at fara, og hvør eigur hesi, sum tú rekur undan tær? Tá skalt tú svara: Jákup, trælur tín, eigur tað; hetta er gáva, sum hann sendir Esavi, harra sínum, og sí, hann kemur her sjálvur aftan á okkum.» Og hann beyð hinum øðrum og hinum triðja og øllum, ið róku fæflokkarnar, og segði: «Hetta sama skulu tit siga við Esav, tá ið tit hitta hann: Jákup trælur tín, kemur her aftan á okkum.» Tí at hann hugsaði sum so: «Eg vil blíðka hann við hesari gávu, sum fer undan mær; síðan gangi eg fram til hansara; kanska hann tá fagnar mær!» Teir fóru nú undan við gávuni; men sjálvur var hann eftir í herbúðunum um náttina. Somu nátt fór hann upp, tók báðar konur sínar og báðar trælkonur sínar og ellivu børn síni og helt yvir um Jabboks vað. Og hann tók tey og flutti tey yvir um ánna, og somuleiðis flutti hann alt, sum hann átti, yvirum. Men sjálvur varð Jákup eftir eina. Tá tók maður at berjast við hann, alt til dagur tók at lýsa. Og tá ið hann sá, at hann ikki kundi fella hann, sló hann hann á mjødnina; og mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við hann. Tá segði hann við hann: «Slepp mær, tí at nú lýsir fyri degi!» Men hann svaraði: «Eg sleppi tær ikki, fyrr enn tú vælsignar meg!» Tá mælti hann við hann: «Hvat er navn títt?» Hann svaraði: «Jákup.» Tá segði hann: «Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!» Tá mælti Jákup og segði: «Sig mær navn títt.» Men hann svaraði: «Hví spyrt tú meg um navn mítt?» Og hann vælsignaði hann har. Jákup nevndi henda stað Pnuel, tí hann segði: «Eg havi sæð Guð andlit til andlits og slapp tó undan við lívinum.» Og sólin reis í somu stund, sum hann fór fram við Pnuel; men tá var hann lamin í mjødnini. Tí eta Ísraelsmenn enn í dag ikki mjadnarsinuna, av tí at hann sló Jákup á mjødnina, har sum mjadnarsinan er.
Tá segði Guð við Jákup: «Statt upp og far niðan til Betel og búgv har og reis har altar fyri Guði, sum birtist fyri tær, tá ið tú flýddi undan Esavi, bróður tínum!» Jákup segði nú við húsfólk sítt og øll, ið við honum vóru: «Tveitið burtur hinar fremmandu gudar, sum tit hava hjá tykkum, og reinsið tykkum og latist í onnur klæði! Vær skulum fara niðan til Betel; har vil eg reisa altar fyri Guði, sum bønhoyrdi meg á ógævustund míni og var við mær í ferðini, sum eg havi farið!» Tá fingu teir Jákupi allar hinar fremmandu gudarnar, ið teir høvdu við sær, og somuleiðis ringarnar, sum teir høvdu í oyrum sínum; og Jákup gróv tað niður undir eikini, sum er við Sikem. Síðan fóru teir haðan; og ræðsla frá Guði var yvir øllum bygdunum har um leið, so at eingin elti synir Jákups. Jákup kom tá við øllum fólki sínum til Luz í Kánáanlandi, tað er Betel. Og har reisti hann altar og nevndi staðin Betels Guð, tí at har hevði Guð birtst fyri honum, tá ið hann flýddi undan bróður sínum. Har andaðist Debora, fostra Rebekku, og varð jarðað niðanvert við Betel undir eikini, sum tí eitur gráteikin. Og Guð birtist aftur fyri Jákupi á heimferð hans úr Paddan-Áram og vælsignaði hann. Og Guð segði við hann: «Navn títt er Jákup; tó skalt tú ikki longur eita Jákup; men Ísrael skal navn títt vera.» Og hann nevndi hann Ísrael. Tá segði Guð við hann: «Eg eri Guð hin alvaldi; verð gróðrarmikil og fjølmentur! Tjóð, ja mangar tjóðir skulu koma av tær; og kongar ganga út úr lendum tínum! Landið, sum eg gav Ábrahami og Ísaki, gevi eg tær; og avkomi tínum eftir teg man eg geva landið.» Síðan fór Guð upp frá honum, har sum hann hevði talað við hann. Og Jákup reisti steinsúlu har á staðnum, sum hann hevði talað við hann, merkisstein, og droypti droypioffur yvir hann og úthelti yvir hann olju. Og Jákup nevndi staðin, har ið Guð hevði talað við hann, Betel. Seinnameiri fluttu teir frá Betel, og tá ið teir høvdu stutt eftir til Efrat, komu verkir á Rakul, og barnsótt hennara var mikil. Men tá ið barnverkir hennara vóru sum harðast, segði nærkonan við hana: «Óttast ikki, tí eisini nú hevur tú fingið son!» Og meðan tað stóð um lívið hjá henni – tí hon doyði – tá nevndi hon hann Benoni; men faðir hansara nevndi hann Benjamin. Og Rakul andaðist og varð jarðað við vegin til Efrat, tað er Betlehem. Og Jákup reisti minnisvarða á leiði hennara; tað er gravarsteinur Rakular, ið stendur har enn í dag. Síðan helt Ísrael fram ferðini og setti upp tjaldbúðir sínar handan Migdal-Eder. Men meðan Ísrael búði í tí bygdarlagnum har, fór Ruben og legðist hjá Billu, hjákonu faðirs síns; og Ísrael fekk fregn um tað. Jákup átti tólv synir. Synir Leu vóru: Ruben, frumgitni sonur Jákups, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon. Synir Rakular vóru: Jósef og Benjamin. Synir Billu, trælkonu Rakular, vóru: Dán og Naftali. Synir Zilpu, trælkonu Leu, vóru: Gád og Ásjer. Hesir vóru synir Jákups, ið føddust honum í Paddan-Áram. Síðan kom Jákup til Ísaks, faðirs síns, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu dvalst í útisetri. Ævidagar Ísaks vóru eitt hundrað og áttati ár. Síðan andaðist Ísakur og doyði og savnaðist hjá frændum sínum, gamal og mettur av døgum. Synir hansara Esav og Jákup jarðaðu hann.
Jákup varð nú búgvandi í útlegdarlandi faðirs síns, í Kánáanlandi. Og hetta er ættarsøga Jákups: Tá ið Jósef var seytjan ára gamal, goymdi hann at smalum saman við brøðrum sínum; og sum smádrongur var hann saman við sonum Billu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara; Jósef bar faðir sínum boð um tað ringa orð, sum teir høvdu á sær. Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellisonur hans; og hann læt gera honum síðan ermakyrtil. Men tá ið brøður hansara sóu, at faðir teirra unti hann fram um allar synir sínar, løgdu teir hatur á hann og vildu ikki tala blídliga við hann. Og Jósef droymdi dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum; tá hataðu teir hann uppaftur meira. Og hann segði við teir: «Hoyrið nú henda dreym, sum meg hevur droymt! Sí, vit fingust við at binda bundi úti á akrinum, og sí, tá reis bundi mítt og stóð beint upp; men bundi tykkara stóðu kringum og lútaðu mínum bundi.» Tá søgdu brøður hansara við hann: «Ætlar tú tær at vera kongur yvir okkum og valda okkum?» Og teir hataðu hann uppaftur meira vegna dreymar hans og orð. Og hann droymdi aftur dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum og segði: «Meg hevur aftur droymt ein dreym, og sí, sólin og mánin og ellivu stjørnur lútaðu mær!» Men tá ið hann segði hetta fyri faðir sínum og brøðrum sínum, hevði faðir hansara at honum og segði við hann: «Hvat eru hetta fyri dreymar, teg hevur droymt? Munnu veruliga eg og móðir tín og brøður tínir koma at lúta tær til jarðar?» Og brøður hansara øvundaðu hann; men faðir hansara munaði hetta. Einaferð tá ið brøður hansara vóru burtur í haga um Sikemleiðina, mælti Ísrael við Jósef: «Munnu ikki brøður tínir vera burtur í haga um Sikemleiðina? Kom, eg ætli at senda teg til teirra!» Og hann svaraði: «Her eri eg.» Tá segði hann við hann: «Far og vita, hvussu brøðrum tínum og fenaðinum vignast, og ber mær boð aftur.» Síðan sendi hann hann frá Hebrons dali, og hann kom til Sikem. Men meðan hann nú reikaði um á víðavangi, kom maður fram á hann; og hann spurdi hann: «Hvørjum leitar tú eftir?» Hann svaraði: «Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fæflokkum sínum.» Maðurin svaraði: «Teir eru farnir hiðan; tí at eg hoyrdi teir siga: Latum okkum fara til Dótans.» Síðan fór Jósef aftan á brøður sínar og hitti teir í Dótan. Men teir sóu hann langt burturi; og áðrenn hann var komin til teirra, ráddust teir um at taka hann av lívi og søgdu hvør við annan: «Hygg, har kemur hasin droymarin! Latum okkum nú drepa hann og blaka hann í ein av brunnunum; vit kunnu tá siga, at eitthvørt villdjór hevur etið hann; so fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hans.» Men tá ið Ruben hoyrdi hetta, vildi hann bjarga honum úr hondum teirra og segði: «Latum okkum ikki taka hann av lívi!» Og Ruben segði við teir: «Úthellið ikki blóð; kastið hann heldur í henda brunnin her í oyðimørkini og leggið ikki hond á hann!» Men hetta segði hann til tess at bjarga honum úr hondum teirra og fáa hann heim aftur til faðirs síns. Tá ið nú Jósef kom til brøður sínar, tóku teir og nektaðu hann úr kyrtlinum, úr ermakyrtlinum, sum hann var í, og kastaðu hann í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum. Síðan settu teir seg niður at fáa sær mat, og tá ið teir hugdu upp, sóu teir ísmaeliskar ferðakeypmenn, sum komu úr Gilead. Kamelar teirra bóru roykilsi, kryddurtir og myrru, sum teir vóru á ferð við til Egyptalands. Tá mælti Júda við brøður sínar: «Hvat gagn hava vit av at drepa bróður okkara og loyna morðið? Latum okkum heldur selja hann til Ísmaelitarnar og ikki leggja hond á hann; tí at hann er bróðir okkara, okkara hold og blóð!» Hetta lótu nú brøður hansara sær lynda. Og tá ið nakrir midianitiskir keypmenn komu framvið, drógu teir Jósef upp úr brunninum, og teir seldu Jósef til Ísmaelitarnar fyri tjúgu siklar í silvuri. Teir fluttu Jósef til Egyptalands. Men tá ið Ruben kom aftur at brunninum, sí, tá var eingin Jósef har; tá skræddi hann klæði síni sundur. Og hann kom aftur til brøður sínar og segði við teir: «Drongurin er horvin, og eg veit ongar staðir at fara!» Tá tóku teir kyrtil Jósefs, drópu geitarhavur og rýddu kyrtilin í blóðinum. Síðan sendu teir ermakyrtilin heim til faðirs síns og søgdu: «Hetta hava vit funnið; hygg eftir, um hetta ikki man vera kyrtil sonar tíns!» Og tá ið hann hevði kannað hann gjølla, mælti hann: «Hetta er kyrtil sonar míns; eitthvørt villdjór hevur etið hann; vissuliga er Jósef sundurskræddur!» Tá skræddi Jákup klæði síni sundur og bant sekk um lendar sínar og syrgdi son sín mangar dagar. Og tó at allir synir hans og allar døtur hans komu at ugga hann, vildi hann ikki lata seg ugga, men segði: «Við sorg fari eg niður í helheim til son mín!» Og faðir hansara syrgdi hann. Men Midianitar seldu hann til Egyptalands, til Potifars, sum var hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao.
Um tað mundið fór Júda frá brøðrum sínum og bant felag við mann úr Ádullam, Hira nevndur at navni. Har sá Júda dóttur Sjúa Kánáanita; og hann tók hana til sín og gekk inn til hennara. Og hon varð við barn og føddi son, sum hon nevndi Er. Síðan varð hon aftur við barn og føddi son, sum hon nevndi Ónan. Og uppaftur føddi hon son og nevndi hann Sjela; men hon var stødd í Kezib, tá ið hon føddi hann. Og Júda tók Eri, frumgitna syni sínum, konu; hon æt Támar. Men Er, frumgitni sonur Júda, var vándur í eygum Harrans, tí læt Harrin hann doyggja. Tá segði Júda við Ónan: «Gakk inn til konu bróður tíns og gakk í svághjúnalag við hana, til tess at reisa bróður tínum avkom!» Men av tí at hann visti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann sáðið farast í jørðina, hvørja ferð hann gekk inn til konu bróður síns, fyri ikki at reisa bróður sínum avkom. Men Harranum líkaði illa hetta, sum hann gjørdi, og læt tí eisini hann doyggja. Tá segði Júda við Támar, sonarkonu sína: «Sit tú einkja heima í húsi faðirs tíns, til Sjela, sonur mín, er tilkomin.» Tí at hann bar ótta fyri, at eisini hann skuldi doyggja eins og brøður hans. Tá fór Támar og búsettist í húsi faðirs síns. Men tá ið long tíð var umliðin, doyði dóttir Sjúa, kona Júda; og tá ið sorgartíðin hjá Júda var úti, fór hann niðan til Timna, til teirra, sum vóru á várfjalli hjá honum, saman við vini sínum Hira úr Ádullam. Men tá ið Támar frætti, at verfaðir hennara var á veg á várfjall niðan til Timna, læt hon seg úr einkjubúna sínum, huldi seg við sløri, sum fjaldi hana alla og settist við Enáims borgarlið við vegin til Timna; tí at hon sá, at tó at Sjela var tilkomin, var hon enn ikki givin honum til konu. Tá ið nú Júda sá hana, helt hann hana vera skøkju, av tí at hon hevði hult andlit sítt. Hann fór av vegnum til hennara og mælti: «Loyv mær at koma til tín!» Tí hann visti ikki, at hon var sonarkona hansara. Men hon svaraði: «Hvat gevur tú mær aftur fyri at koma inn til mín?» Hann svaraði: «Eg skal senda tær geitarlamb úr fylginum.» Men hon segði: «Gev mær fyrst eitthvørt pant, til tú sendir tað.» Hann spurdi: «Hvat skal eg fáa tær í veð?» Hon svaraði: «Innsiglisring tín og skreytfesti títt og handa stavin, sum tú hevur í hondini.» Tað fekk hann henni og gekk síðan inn til hennara, og hon varð við barn av hansara ávum. Síðan fór hon leið sína, tók slørið av sær og fór aftur í einkjubúna sín. Seinnameiri sendi Júda geitarlambið við vini sínum úr Ádullam til tess at fáa pantið aftur frá konuni; men hann fann hana ikki. Og hann spurdi menn har um leið, hvar tann skøkjan mundi vera, sum hevði sitið við vegin til Enáim; men teir svaraðu: «Har hevur eingin skøkja verið.» Síðan kom hann aftur til Júda og segði: «Eg fann hana ikki; og menn har um leið søgdu, at har hevði eingin skøkja verið.» Tá mælti Júda: «Lat hana hava tað meðni, heldur enn at vit skulu gera okkum fyri skommum! Eg havi nú sent geitarlambið, men tú fanst hana ikki!» Tá ið einir tríggir mánaðir vóru lidnir, frætti Júda, at Támar, sonarkona hansara, hevði livað í leysalevnaði, og at hon var vorðin við barn í leysalevnaði sínum; tá beyð Júda, at hon skuldi leiðast út til tess at verða brend. Men tá ið hon varð leidd út, sendi hon verfaðir sínum hesi boð: «Av hansara ávum, ið hesar lutir eigur, eri eg vorðin við barn!» Og hon læt siga: «Kanna gjølla eftir, hvør ið man eiga henda innsiglisring, hetta skreytfesti og henda stav!» Og Júda komst við og mælti: «Rætt hevur hon og ikki eg, av tí eg ikki havi gift hana Sjela, syni mínum!» Men frá teirri stund kendi hann hana ikki uppaftur. Tá ið hon nú skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. Men í føðingini rætti annar hondina út; tá bant nærkonan reyðan tráð um hond hansara og mælti: «Hesin kom fyrr í ljósmála.» Men tá ið hann hevði tikið hondina aftur til sín, kom bróðirin út; tá mælti hon: «Hví hevur tú brotið teg soleiðis ígjøgnum?» Tí nevndi hon hann Perez. Aftaná kom bróðir hansara fram og hevði reyðan tráð um hondina; hann fekk navnið Zera.
Men Jósef varð førdur til Egyptalands; og Egyptin Potifar, hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu flutt hann hagar. Men Harrin var við Jósefi og læt alt eydnast væl fyri honum; og hann var í húsi harra síns Egyptans. Og húsbóndi hansara sá, at Harrin var við honum og læt alt, sum hann fekst við, hepnast honum. Tá fann Jósef náði í eygum hansara og tænti honum; og hann setti hann yvir húsi sínum og leit honum alt, sum hann átti, upp í hendur. Og frá teirri stund, sum hann hevði litið Jósefi til at hava umsjón yvir húsi sínum og øllum, sum hann átti, vælsignaði Harrin hús Egyptans fyri sakir Jósefs; og signing Harrans var yvir øllum, ið hann átti, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Og hann leit Jósefi allar ognir sínar upp í hendur og hugdi ikki eftir honum í nøkrum uttan tí mati, sum hann skuldi eta. Men Jósef var bæði væl vaksin og fríður í ásjón. Seinnameiri bar so á, at kona húsbónda hans rendi eygum at Jósefi og segði við hann: «Kom og legg teg hjá mær!» Men hann bar seg undan og segði við konu húsbónda síns: «Sí, húsbóndi mín hyggur ikki eftir mær í nøkrum í húsinum, og alt, sum hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur; hann hevur ikki meiri vald her í húsinum enn eg, og ikki hevur hann synjað mær nakað uttan eina teg, av tí at tú ert kona hansara; hvussu kann eg tá gera hesa miklu misgerð og synda móti Guði?» Men tó at hon dag um dag bar hetta upp á mál við hann, vildi hann tó ikki eftirlíka henni til at leggja seg hjá henni ella hava samlag við hana. Men ein dagin, sum hann var farin inn í húsið at røkja starv sítt, og eingin av húsfólkinum var heima, tá treiv hon í skikkju hansara og segði: «Kom og legg teg hjá mær!» Men hann læt skikkjuna verða eftir í hond hennara og flýddi út á geilar. Tá ið hon nú sá, at hann hevði latið skikkju sína verða eftir í hondum hennara og var flýddur út á geilar, rópaði hon húsfólk sítt og segði við tey: «Hyggið her! Hann hevur fingið okkum henda Hebrean til tess at leiða skemd yvir okkum! Hann kom inn til mín og vildi leggjast hjá mær; men eg rópaði alt tað, eg var ment; og tá ið hann hoyrdi, at eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg hjá mær og flýddi út á geilar!» Hon læt nú skikkju hansara verða liggjandi hjá sær, til húsbóndi hansara kom heim aftur. Hon segði honum tá frá øllum hesum og mælti: «Hasin hebráiski trælurin, sum tú hevur fingið okkum, kom inn til mín til tess at leiða skemd yvir meg; men tá ið eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg her hjá mær og flýddi út á geilar!» Tá ið húsbóndi hansara hoyrdi konu sína siga sær frá øllum hesum og mæla fyri munni: «Soleiðis hevur trælur tín farið at móti mær!» tá tendraðist vreiði hansara. Og húsbóndi Jósefs tók hann og rindaði hann í myrkustovu, har sum kongsins fangar sótu. Soleiðis kom hann at sita í myrkustovu. Men Harrin var við Jósefi, so at hann fekk góða fólkaeydnu og vann sær tokka hjá fangavørðinum í myrkustovuni; tí setti fangavørðurin Jósef til at hava umsjón yvir øllum fangunum og læt hann skipa fyri øllum, ið teir skuldu gera. Fangavørðurin hugdi ikki eftir nøkrum av tí, sum Jósef hevði fingið litið til; tí at Harrin var við honum; og alt, sum hann fekst við, læt Harrin hepnast honum.
Eftir hetta bar so á, at skeinkjari kongsins í Egyptalandi og bakarin forsóu seg móti Fárao, kongi Egyptalands. Tá reiddist Fárao inn á hesar báðar hirðmenn sínar, høvuðsskeinkjaran og høvuðsbakaran, og læt teir seta í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, í myrkustovu, har sum Jósef sat fangi. Lívvarðarhøvdingin setti Jósef til at hava umsjón yvir teimum og ganga teimum til handa. Tá ið teir nú høvdu sitið um bil í varðhaldi, droymdi teir báðar, skeinkjara og bakara kongsins í Egyptalandi, sum sótu í myrkustovu, hvør sín dreym á somu nátt; og hvør dreymurin hevði sína merking. Tá ið Jósef um morgunin kom inn til hirðmanna Fáraos, ið við honum vóru í varðhaldi í húsi húsbónda hans, og sá, at teir vóru tungir í huga, spurdi hann teir: «Hví hava tit so sorgligt yvirbragd í dag?» Teir svaraðu honum: «Okkum hevur droymt dreym, ið eingin er førur at ráða.» Tá segði Jósef við teir: «Hoyrir tað ikki Guði til at ráða dreymar? Sigið mær, hvat ið tykkum hevur droymt!» Tá segði høvuðsskeinkjarin Jósefi frá dreymi sínum og mælti við hann: «Mær tókti í dreyminum at síggja víntræ standa framman fyri mær. Á víntræinum vóru tríggjar greinar, og so skjótt sum gróðurknapparnir skutust, spruttu blómur, og víntyssini bóru staðin vínber. Í hondini hevði eg steyp Fáraos; og eg tók vínber og fergdi tey niður í steyp Fáraos og rætti Fárao tað.» Tá segði Jósef við hann: «Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar greinar merkja tríggjar dagar; um tríggjar dagar man Fárao hevja títt høvur aftur og seta teg aftur í embæti títt, so at tú aftur rættir Fárao steypið, eins og tú áður vart vanur, tá ið tú vart skeinkjari hans. Men tá ið tú nú fært aftur eydnuna við tær, tá minst til mín og sýn mær ta vælvild at minna Fárao á meg, so at tú fært meg út aftur úr hesum húsi! Tí at eg eri stolin loyniliga úr landi Hebrea; heldur ikki havi eg gjørt meg sekan í nøkrum til at verða rindaður í myrkustovu.» Tá ið høvuðsbakarin sá, at ráðanin var góð, segði hann við Jósef: «Eisini meg droymdi dreym og tókti mær, at eg bar á høvdi mínum tríggjar tægur við hveitibreyðum. Í ovastu tæguni var bakkulsi til Fárao; men fuglarnir komu og ótu tað úr tæguni, sum var á høvdi mínum.» Tá svaraði Jósef og mælti: «Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar tægur merkja tríggjar dagar; innan tríggjar dagar man Fárao hevja høvur títt og heingja teg upp í okkurt træ; og fuglarnir munnu fara at eta hold títt.» Tríggjar dagar eftir hetta, tá ið Fárao á føðingardegi sínum helt veitslu fyri øllum tænarum sínum, hevjaði hann høvur høvuðsskeinkjarans og høvuðsbakarans í hjástøðu tænara sína. Høvuðsskeinkjaran setti hann aftur í embæti sítt, so at hann aftur rætti Fárao steypið; men høvuðsbakaran læt hann heingja samsvarandi dreymin, ið Jósef hevði rátt teimum. Men høvuðsskeinkjarin hugsaði ikki um Jósef; hann gloymdi hann.
Tá ið tvey ár vóru umliðin, bar so á, at Fárao droymdi dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nílánna. Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr, prúðar og væl í holdum; tær løgdust at bíta sevgrasið. Og sí, aftan á tær komu aðrar sjey kýr upp úr Nílánni, ljótar og illa í holdum. Tær stóðu á áarbakkanum saman við hinum fyrru kúnum. Men kýrnar, ið vóru ljótar og illa í holdum, gloyptu hinum kúnum, ið vóru prúðar og væl í holdum. Tá vaknaði Fárao. Men hann sovnaði aftur og droymdi á øðrum sinni, og sí, sjey valaøks vuksu upp á einum hálmstrái; og sí, aftan á tey spruttu fram sjey deyðaøks sviðin av eystanvindinum. Deyðaøksini gloyptu valaøksunum. Síðan vaknaði Fárao, og sí, tað var dreymur. Um morgunin var Fárao dapur í huga; og hann sendi boð eftir øllum spásagnarmonnum Egyptalands og vísmonnum tess og segði teimum dreymar sínar; men eingin kundi ráða Fárao dreymar hans. Tá mælti høvuðsskeinkjarin við Fárao og segði: «Eg má í dag minna á synd mína. Hina ferðina, tá ið Fárao reiddist inn á tænarar sínar og setti teir í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, meg og høvuðsbakaran, tá droymdi okkum báðar á somu nátt hvønn sín dreym; og hvør dreymurin hevði sína serligu merking. Men har var saman við okkum ungur Hebrei, tænari lívvarðarhøvdingans. Vit søgdu honum frá hesum, og hann ráddi okkum dreymarnar, eins og hvønn okkara hevði droymt. Og so varð, sum hann hevði rátt okkum dreymarnar: Eg varð settur aftur í embæti mítt, og hin varð hongdur.» Tá sendi Fárao boð eftir Jósefi; og hann var í skundi fingin út úr myrkustovu; og tá ið hann hevði rakað sær og skift klæði, gekk hann inn fyri Fárao. Og Fárao segði við Jósef: «Meg hevur droymt dreym, og her er eingin, ið kann ráða hann; men nú havi eg hoyrt, at tú ræður hvønn dreym, sum tú hoyrir.» Tá svaraði Jósef Fárao og segði: «Ikki er tað í mínum valdi – men Guð skal geva Fárao gævuligt svar.» Og Fárao segði við Jósef: «Meg droymdi, at eg stóð við Níláarbakkan. Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr væl í holdum og prúðar og løgdust at bíta sevgrasið. Og sí, aftan á tær komu sjey aðrar kýr, ússaligar og rakfalnar og so illa í holdum, at eg ikki havi sæð tílíkt í øllum Egyptalandi. Og tær ússaligu og rakfalnu kýrnar gloyptu hinum fyrru sjey feitu. Og tá ið tær høvdu etið tær, kundi tað ikki síggjast á teimum, at tær høvdu etið tær; tær vóru eins rakfalnar, og tær áður høvdu verið. Tá vaknaði eg. Men eg sovnaði aftur og sá í dreymum sjey valaøks vaksa upp á einum hálmstrái. Aftaná sá eg spretta sjey deyðaøks sviðin av eystanvindi. Og deyðaøksini gloyptu hinum sjey valaøksunum. Eg havi sagt hetta fyri spásagnarmonnunum; men eingin kundi greina mær tað.» Tá segði Jósef við Fárao: «Dreymar Fáraos merkja báðir tað sama; tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann boðað Fárao frá. Tær sjey góðu kýrnar merkja sjey ár, og tey sjey valaøksini merkja somuleiðis sjey ár; tað er ein og sami dreymur. Tær sjey ússaligu og rakfalnu kýrnar, ið komu upp aftan á hinar, merkja sjey ár, og tey sjey deyðaøksini sviðin av eystanvindi munnu vera sjey hallár. Hetta var tað, sum eg sipaði til, tá ið eg segði við Fárao: Tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann latið Fárao skoða. Sí, sjey ár skulu koma, og skulu tá verða ovurnøgdir um alt Egyptaland. Men aftan á tey skulu koma sjey hallár, so at nøgdirnar í Egyptalandi verða gloymdar; og hungur skal oyða landið, so at eingin minnist ta nøgdina, sum í landinum var vegna tann hungur, ið koma skal; tí at svárt skal tað verða. Men tað, at teg droymdi hetta tvær ferðir, merkir, at Guð hevur fast avgjørt hetta, og at Guð skjótt vil lata tað berast á. Nú skuldi Fárao funnið sær skilagóðan mann og vitran og sett hann yvir Egyptaland. Hetta skal Fárao gera og skipa umsjónarmenn yvir landið til tess at taka fimtingin av úrtøku Egyptalands tey sjey ovurnøgdarárini. Teir skulu savna saman alla grøði frá teim góðu árunum, ið koma skulu, og fáa Fárao nøgdir av korni og føðslu til handar og goyma tað í bygdunum undir lási og loku, til tess at landið má hava grøðina til vistir tey sjey hallárini, sum koma skulu yvir Egyptaland, so at ikki hungur skal oyða landið.» Hetta ráð líkaði Fárao og øllum tænarum hansara væl. Og Fárao segði við tænarar sínar: «Man nakar maður finnast, ið eins og hesin hevur anda Guðs í sær?» Fárao segði nú við Jósef: «Við tað at Guð hevur birt alt hetta fyri tær, er eingin so hyggin og vitur sum tú. Tí skalt tú hava umsjón yvir húsi mínum; og boðum tínum skal alt fólk mítt lýða; einans hásætið vil eg hava fram um teg.» Framvegis segði Fárao við Jósef: «Sí, eg seti teg at ráða yvir øllum Egyptalandi.» Fárao tók innsiglisringin av hond síni og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av mentarlíni og hongdi gullfestið um háls hansara; og hann læt hann aka í øðrum vagni sínum, og menn gingu undan honum og rópaðu: «Abrek». Soleiðis setti hann hann at ráða yvir øllum Egyptalandi. Fárao segði við Jósef: «Eg eri Fárao, og uttan tín vilja skal eingin røra hond ella fót í øllum Egyptalandi!» Fárao nevndi Jósef Zafenat-Panea og gifti honum Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. Og Jósef ferðaðist um Egyptaland. Jósef var tríati ára gamal, tá hann kom fram fyri Fárao, Egyptalands kong. Og Jósef fór út frá Fárao og ferðaðist um alt Egyptaland. Og grøði landsins var ovurmikil tey sjey nøgdarárini. Tá savnaði Jósef alla grøðina frá teim sjey árunum, tá ið ovurnøgd var í Egyptalandi og goymdi hana í bygdunum; í hvørjari bygd savnaðu teir grøðina av teimum akrum, ið kring hana lógu. Soleiðis rúgvaði Jósef saman ovurmikið korn eins og sandurin við sævarflóð, til teir góvust at máta tað, av tí at tað ikki kundi mátast. Áður enn hallárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. Og Jósef nevndi hin frumgitna Manasse; «tí at Guð,» segði hann, «hevur latið meg gloyma treytir mínar og alt hús faðirs míns.» Og hin nevndi hann Efraim; «tí at Guð,» segði hann, «hevur latið meg fjølgast í landi eymdar mínar.» Tá ið tey sjey nøgdarárini í Egyptalandi vóru at enda, byrjaðu hallárini, eins og Jósef hevði boðað. Var tá hallár í øllum londum; men í Egyptalandi var breyð. Men tá ið hungurin gekk á alt Egyptaland, rópaði fólkið á Fárao um breyð. Men hann segði við tey: «Farið til Jósefs, tað, sum hann sigur tykkum, skulu tit gera!» Hungursneyð var nú um alla jørðina; men tá læt Jósef upp kornbingini og seldi Egyptum korn. Og hungursneyðin var svár í Egyptalandi. Úr øllum londum komu tá menn til Jósefs í Egyptalandi at keypa korn, tí at hungursneyðin var um alla jørðina.
Tá ið Jákup frætti, at korn var at fáa í Egyptalandi, segði hann við synir sínar: «Hví sita tit og bína hvør at øðrum?» Og hann mælti: «Eg havi hoyrt, at korn er at fáa í Egyptalandi; farið hagar og keypið okkum korn har, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja!» Tá fóru Jósefs tíggju brøður oman at keypa korn í Egyptalandi. Men Benjamin, bróður Jósefs, sendi Jákup ikki við brøðrum hans, av tí at hann bar ótta fyri, at ógæva skuldi verða honum fyri. Millum teirra, sum komu at keypa korn, vóru eisini synir Ísraels, tí at hallár var í Kánáanlandi. Men av tí at Jósef var stjórnari landsins, og tann, sum seldi øllum fólki í landinum korn, so komu brøður Jósefs og lútaðu honum og nigu til jarðar. Tá ið Jósef sá brøður sínar, kendi hann teir aftur; men hann lætst fremmandur fyri teimum og talaði harðliga við teir og segði: «Hvaðan koma tit?» Teir svaraðu: «Úr Kánáanlandi at keypa vistir.» Jósef kendi brøður sínar, men teir kendu ikki hann. Og Jósef mintist dreymarnar, sum hann hevði droymt um teir, og segði við teir: «Nei, tit eru njósnarar; tit eru komnir at hyggja eftir, hvar landið er verjuleyst!» Men teir svaraðu: «Nei, harri, ikki er tað; trælir tínir eru komnir at keypa vistir. Vit eru allir synir sama mans; vit eru reinlyndir; trælir tínir eru ikki njósnarar.» Men hann svaraði teimum: «Jú, tit eru komnir at njósna, hvar landið er verjuleyst!» Men teir søgdu: «Trælir tínir eru tólv brøður, synir sama mans í Kánáanlandi; hin yngsti er nú heima hjá faðir okkara, og ein er ikki longur á lívi.» Og Jósef segði við teir: «Tað er, sum eg havi sagt tykkum: Tit eru njósnarar! Men nú skulu tit verða royndir: So vissuliga sum Fárao livir, skulu tit ikki sleppa hiðan, fyrr enn yngsti bróðir tykkara er fluttur higar! Sendið tit nú ein tykkara heim aftur eftir bróður tykkara; men hinir tykkara skulu verða eftir í varðhaldi, til tess at orð tykkara kunnu roynast, hvørt tey eru sonn. Annars eru tit njósnarar so vissuliga, sum Fárao livir!» Síðan hevði hann teir í varðhaldi í tríggjar dagar. Men triðja dagin segði Jósef við teir: «Hetta skulu tit gera, um tit vilja vera á lívi, tí at eg eri maður, sum óttist Guð. Eru tit reinlyndir, tá latið ein av tykkum brøðrum eftir her í varðhaldi, í myrkustovu, sum tit sótu fangar í; men farið hinir tykkara heim við so nógvum korni, sum svøltandi heimum tykkara tørvar! Komið síðan aftur til mín við yngsta bróður tykkara; tá skulu orð tykkara verða sannað, og tit ikki týna lívið!» Og teir so gjørdu. Tá søgdu teir hvør við annan: «Sanniliga fáa vit nú afturlønt tað, sum vit gjørdu móti bróður okkara, vit, ið sóu sálarangist hansara, tá ið hann bønliga bað okkum várkunna sær, og vildu kortini ikki hoyra! Tessvegna eru vit nú í hesi neyð!» Tá tók Ruben til orða og segði við teir: «Var tað ikki tað, sum eg segði, tá eg bað tykkum ikki gera synd móti dreinginum! Men tit vildu ikki lurta eftir mær. Og sí, nú verður blóð hansara kravt!» Men teir vistu ikki, at Jósef skilti, hvat teir søgdu, tí at hann talaði til teirra við tolki. Og hann veik frá teimum og græt; síðan kom hann aftur til teirra og talaði við teir; og hann tók úr flokki teirra Símeon og bant hann fyri eygum teirra. Síðan beyð Jósef at fylla sekkir teirra og at leggja silvur hvørs teirra aftur í sekkir teirra og at geva teimum ferðavistir. Soleiðis varð gjørt. Síðan løgdu teir korn sítt upp á asnarnar og hildu avstað. Men á gistingarstaðnum, tá ið ein teirra opnaði sekk sín til tess at geva asna sínum at eta, sá hann silvur sítt liggja ovast í sekkinum. Og hann segði við brøður sínar: «Silvur mítt er komið aftur við mær! Sí, tað liggur her í sekki mínum!» Tá bilaði teimum hugur, og teir hugdu óttafullir hvør upp á annan og søgdu: «Hví man Guð hava gjørt okkum hetta?» Tá ið teir komu heim aftur í Kánáanland til Jákups, faðirs síns, søgdu teir honum frá øllum, ið teimum hevði borist fyri og mæltu: «Maðurin, ið var landsharri, talaði harðliga til okkara og helt okkum í varðhaldi fyri at hava njósnast um landið. Men vit søgdu við hann: Vit eru reinlyndir; vit eru ikki njósnarar. Vit eru tólv brøður, synir faðirs okkara; ein er ikki longur á lívi; og hin yngsti er nú heima hjá faðir okkara í Kánáanlandi. Tá segði maðurin, ið er landsharri: Av hesum skal eg sanna, um tit eru reinlyndir: Latið ein av brøðrum tykkara verða eftir her hjá mær og takið so mikið av korni, sum svøltandi heimum tykkara er tørvur á! Komið síðan aftur til mín við yngsta bróður tykkara, so at eg síggi, at tit eru ikki njósnarar, men reinlyndir menn. Tá skulu tit fáa bróður tykkara aftur og hava loyvi at fara allar leiðir um landið.» Men tá ið teir nú stoyttu burtur úr sekkjunum, sí, tá var silvurknýti hvørs teirra í sekkjum teirra; og tá ið teir og faðir teirra sóu silvurknýtini, kom ræðsla á teir. Tá mælti Jákup, faðir teirra, við teir: «Tit gera meg jú barnleysan! Jósef er farin, Símeon er farin, og nú ætla tit at taka Benjamin! Alt kemur oman yvir meg!» Tá segði Ruben við faðir sín: «Tær er loyvt at taka báðar synir mínar av lívi, um eg ikki flyti tær hann heim aftur! Lít mær hann upp í hendur; eg skal koma aftur til tín við honum!» Men Jákup svaraði: «Ikki skal sonur mín fara við tykkum; tí at Jósef er deyður, og hann er eina eftir. Verður hann fyri óhappi á tí ferð, sum tit fara, so leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina!» Og hungursneyðin var hørð í landinum.
Men tá ið teir høvdu etið upp tað kornið, sum teir vóru komnir við úr Egyptalandi, segði faðir teirra við teir: «Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av korni til matna!» Men Júda svaraði honum og segði: «Maðurin legði okkum ríkan við og segði: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við tykkum! Um tú nú sendir bróður okkara við okkum, skulu vit fara og keypa tær korn; men sendir tú hann ikki við okkum, fara vit ongar vegir; tí at maðurin segði við okkum: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við tykkum!» Tá segði Ísrael: «Hví hava tit gjørt mær so illa at siga fyri manninum, at tit áttu ein bróður afturat?» Teir svaraðu: «Maðurin fregnaði gjølla um okkum og ætt okkara og spurdi: Er faðir tykkara enn á lívi? Eiga tit ein bróður afturat? Og vit søgdu honum so, sum var; hvussu kundu vit vita, at hann fór at siga við okkum: Komið higar við bróður tykkara!» Tá segði Júda við Ísrael, faðir sín: «Lat sveinin koma við mær, so at vit mega fara avstað til tess at bjarga lívinum, so at bæði vit og tú og børn okkara ikki týna lívið! Eg leggi lívið við fyri hann; av hond míni kanst tú krevja hann; komi eg ikki aftur til tín við honum, og leiði eg hann ikki fram fyri teg, tá skal eg verða sekur fyri tær allar ævir! Høvdu vit nú ikki havt drálað, so høvdu vit nú verið aftur á øðrum sinni!» Tá segði Ísrael, faðir teirra, við teir: «Kann tað ikki vera øðrvísi, tá gerið hetta: Takið av gróðri landsins upp í sekkir tykkara og førið manninum sum gávu eitt sindur av balsami, eitt sindur av hunangi, roykilsi og myrru, pistásiualdin og mandlur; og takið við tykkum tvífalt gjald, við tað at tit hava við tykkum eisini tað silvur, sum lá ovast í sekkjum tykkara; kanska tað hevur verið av misgáum. Takið síðan bróður tykkara og farið aftur til mannin. Guð hin alvaldi lati mannin vera tykkum miskunnsaman, so at hann letur hin bróður tykkara og Benjamin sleppa aftur við tykkum. Men skal eg verða barnleysur, tá má tað so vera!» Menninir tóku nú hesa gávu; somuleiðis tóku teir tvífalt gjald við sær og Benjamin; síðan hildu teir ferðini til Egyptalands og gingu inn fyri Jósef. Tá ið Jósef sá Benjamin teirra millum, segði hann við húshaldara sín: «Far við hesum monnum inn í húsið og slátra og matger, tí at menninir skulu eta døgurða saman við mær!» Og maðurin gjørdi, eins og Jósef hevði sagt, og fór við monnunum inn í hús Jósefs. Men tá ið menninir vórðu leiddir inn í hús Jósefs, vórðu teir ræddir og søgdu: «Vegna tað silvur, ið kom aftur við okkum á fyrra sinni, verða vit leiddir higar, so at hann skal ráðast á okkum og níva okkum og gera okkum til trælir og taka asnar okkara.» Tá fóru teir til húshaldara Jósefs og talaðu við hann í húsdurunum, og søgdu: «Halt okkum til góðar, harri! Vit fóru einaferð higar at keypa vistir; men tá ið vit á heimferðini komu í náttarherbergið og opnaðu sekkir okkara, sí, tá lá silvurið hjá hvørjum ovast í sekki hansara, okkara silvur alt sum tað var; og nú eru vit komnir aftur við tí; men vit hava eisini tikið annað silvur við okkum at keypa vistir fyri; ikki vita vit, hvør ið man hava lagt silvurið í sekkir okkara.» Men hann svaraði: «Havið gott treysti og óttist ikki! Guð tykkara, Guð faðirs tykkara hevur lagt dýrgrip í sekkir tykkara; silvur tykkara havi eg fingið í varðveitslu.» Síðan leiddi hann Símeon út til teirra. Maðurin fór nú við teimum inn í hús Jósefs og setti teimum vatn at tváa sær í um føturnar; og asnum teirra gav hann fóður. Og teir løgdu gávuna til rættis, áður enn Jósef kom um middagsleitið; tí at teir høvdu hoyrt, at har skuldu teir fáa sær at eta. Tá ið nú Jósef kom inn í húsið, fingu teir honum gávuna og lútaðu til jarðar fyri honum. Hann heilsaði teimum og spurdi: «Hvussu veit gamla faðir tykkara við, sum tit høvdu á máli? Er hann enn á lívi?» Teir svaraðu: «Træli tínum, faðir okkara, veit væl við; hann er enn á lívi.» Og teir lútaðu og nigu fyri honum. Tá ið hann nú leit seg um og bar eyga við Benjamin, bróður sín, son móður sínar, mælti hann: «Er hetta hin yngsti bróðir tykkara, sum tit høvdu á máli fyri mær?» Og hann segði «Guð verði tær náðigur, sonur mín!» Men Jósef skundaði sær burtur, tí at hjarta hansara brann av kærleika til bróður sín, so at hann hevði mestan hugin at gráta; hann fór tí inn í herbergið og græt har. Og tá ið hann hevði tváað andlit sítt; kom hann aftur og læt einki á sær kenna og beyð at seta matin á borðið. Síðan varð borðreitt soleiðis, at hann át fyri seg sjálvan og teir fyri seg sjálvar og somuleiðis fyri seg sjálvar teir Egyptar, ið vanir vóru at eta saman við honum; tí at ikki mega Egyptar eta saman við Hebreum, tí at tað er Egyptum andstygd. Síðan vórðu teir skipaðir í sess framman fyri honum eftir aldri, soleiðis at hin elsti sat ovast og hin yngsti niðast; tá hugdu menninir bilsnir hvør upp á annan. Og hann tók mat av sínum egna borði og fekk teimum; men Benjamin fekk fimm ferðir so nógv sum hvør av hinum. Og teir drukku saman við honum og vórðu væl hýrdir.
Síðan beyð hann húshaldara sínum og segði: «Fyll sekkir mannanna við vistum so nógvum, sum teir eru mentir at bera og legg silvur hvørs teirra ovast í sekkir teirra. Og steyp mítt, silvursteyp mítt, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta og somuleiðis silvurið fyri korn hans!» Og hann gjørdi, sum Jósef beyð. Í lýsingini morgunin eftir vórðu teir latnir avstað, teir og asnar teirra. Men ikki vóru teir komnir langt út um borgina, áður enn Jósef mælti við húshaldara sín: «Skunda tær avstað og halt aftan á menninar; og tá ið tú hevur fingið teir aftur, skalt tú siga við teir: Hví hava tit lønað gott við illum? Hví hava tit stolið silvursteyp mítt? Er tað ikki tað, sum harri mín drekkur úr og spáar við? Illa hava tit gjørt!» Og tá ið hann nú hevði fingið teir aftur, segði hann hetta við teir. Men teir svaraðu honum: «Hví talar harri mín soleiðis? Fjart veri tað trælum tínum at gera tílíkt! Sí, tað silvur, som vit funnu omaná í sekkjum okkara, høvdu vit jú við aftur til tín úr Kánáanlandi; hví skuldu vit tá stolið úr húsi harra tíns silvur ella gull? Tann av trælum tínum, ið tað verður funnið hjá, skal láta lív, og vit verða trælir hjá harra tínum!» Hann svaraði: «Verði tað so, sum tit siga: Tann, ið tað verður funnið hjá, skal verða trælur mín, men hinir verða frælsir.» Teir settu tá skundisliga sekkirnar niður á jørðina og opnaðu hvør sín sekk. Og hann tók at leita frá tí elsta til hin yngsta, og varð tá steypið funnið í sekki Benjamins. Teir skræddu tá klæði síni, løgdu aftur hvør á sín asna og snúðust aftur í borgina. Og tá ið Júda og brøður hansara komu inn í húsið hjá Jósefi, var hann staddur har enn; og teir lútaðu honum til jarðar. Men Jósef segði við teir: «Hvat hava tit gjørt! Vistu tit ikki, at tílíkur maður sum eg dugir at gera eftir?» Tá mælti Júda: «Hvat skulu vit svara harra mínum? Hvat skulu vit siga, og hvussu skulu vit rættvísgera okkum? Guð hevur funnið misgerð træla tína; sí, nú eru vit trælir harra míns, bæði vit og hann, sum steypið varð funnið hjá!» Men hann svaraði: «Fjart verði tað mær at gera tílíkt! Nei, hann, sum steypið varð funnið hjá, hann skal verða trælur mín; men farið tit við friði heim aftur til faðirs tykkara!» Tá steig Júda fram fyri hann og mælti: «Halt mær til góðar, harri mín! Loyv træli tínum at tala eitt orð við harra mín og lat ikki vreiði tína brenna móti træli tínum. Tí at tú ert jú eins og sjálvur Fárao! Harri mín spurdi trælir sínar og mælti: Eiga tit faðir ella bróður? Vit svaraðu harra mínum: Ja, vit eiga aldraðan faðir og ungan bróður, sum hann gat í elli síni; bróðir hansara er deyður; og hann er tann einasti, ið er á lívi eftir móður sína, og faðir hansara elskar hann. Og tú segði við trælir tínar: Komið við honum higar til mín, so at eg fái hann at síggja við egnum eygum! Men vit svaraðu harra mínum: Ikki má sveinurin fara frá faðir sínum; tí at fer hann frá faðir sínum, man tað leggja hann í grøvina! Tá segði tú við trælir tínar: Koma tit ikki higar við yngsta bróður tykkara, so skulu tit ikki koma fyri andlit mítt aftur! Og tá ið vit komu heim aftur til træl tín, faðir okkara, søgdu vit honum frá orðum harra míns. Men tá ið faðir okkara seinni segði við okkum: Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av vistum, tá svaraðu vit: Vit kunnu ikki fara hagar; men kemur yngsti bróðir okkara við okkum, skulu vit fara; tí at vit fáa ikki andlit mansins at síggja, uttan vit koma við yngsta bróður okkara! Tá segði trælur tín, faðir mín, við okkum: Tit vita, at kona mín føddi mær tveir synir; ein teirra fór heiman frá mær; og eg segði: Hann er óivað sundurskræddur. Og eg havi ikki sæð hann aftur. Taka tit nú eisini henda frá mær, og ógæva verður honum fyri, tá leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina! Komi eg nú heim aftur til træl tín, faðir okkara, og sveinurin, sum hann elskar av heilum huga, ikki er við okkum, tá man tað elva deyða hans at síggja, at sveinurin ikki er við, og vit trælir tínir verða atvoldin til, at trælur tín, faðir okkara, á gamalsaldri av harmi fer í grøvina! Tí at trælur tín hevur játtað faðir sínum at leggja lívið við fyri sveinin og at vera faðir mínum sekur um ævir, um eg ikki komi aftur til hansara við honum. Lat tí træl tín vera eftir her sum træl hjá harra mínum í stað sveinsins; men loyv sveininum at fara heim við brøðrum sínum; tí hvussu kann eg koma heim til faðir mín, uttan at sveinurin er við mær? Eg hevði ikki tolað at sæð faðir mín í tílíkum harmi!»
Tá kundi Jósef ikki ráða sær longur í hjástøðu teirra, ið vóru hjá honum, og hann rópaði: «Farið øll út frá mær!» Eingin var tá inni eftir hjá honum, tá ið hann segði brøðrum sínum, hvør hann var. Síðan skar hann í grát, so at Egyptar hoyrdu tað; eisini í húsi Fáraos spurdist tað. Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg eri Jósef! Er faðir mín enn á lívi?» Men brøður hansara fingu ikki svarað honum, so ræddir vórðu teir fyri honum. Og Jósef segði við brøður sínar: «Komið higar til mín!» og tá ið teir vóru komnir fram til hansara, segði Jósef: «Eg eri Jósef, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands. Men gremjið tykkum nú ikki og harmist ikki yvir, at tit seldu meg higar; tí at Guð sendi meg higar undan tykkum til tess at bjarga mannalívum. Í tvey ár hevur nú verið hallár um landið; og fimm ár enn verður hvørki pløgt ella heystað. Tí hevur Guð sent meg higar undan tykkum til tess at halda avkomum tykkara uppi í landinum, og lata nógv fólk hjá tykkum komast undan og vera á lívi. Tað eru tí ikki tit, ið hava sent meg higar, men Guð; og hann hevur skipað meg faðir fyri Fárao og harra yvir øllum húsi hans og drotnara yvir øllum Egyptalandi. Skundið tykkum nú heim til faðir mín og sigið við hann: Soleiðis sigur Jósef, sonur tín: Guð hevur skipað meg harra yvir øllum Egyptalandi; kom nú til mín, drála ikki! Tú skalt búgva í Gosenlandi í nánd míni, tú og synir tínir og sonarsynir tínir við smalum tínum og stórdýrum og øllum, sum tú eigur. Eg skal veita tær vistir – tí at enn koma fimm hallár, so at ikki tú og hús títt og alt, sum tú eigur, skal týna lívið. Sí, bæði tit og Benjamin, bróðir mín, síggja tað sjálvir, at tað eri eg, sum tali við tykkum. Sigið nú faðir mínum um allar sømdir mínar í Egyptalandi og frá øllum, sum tit hava sæð, og komið sum skjótast higar við faðir mínum!» Síðan hálsfevndi hann Benjamin, bróður sín, og græt, og Benjamin græt í ørmum hans. Og hann myntist við allar brøður sínar og fevndi teir grátandi. Tá fingu brøður hansara orðið upp aftur og talaðu við hann. Men tá ið tað spurdist í húsi Fáraos, at brøður Jósefs vóru komnir, líkaði tað Fárao og tænarum hansara væl. Og Fárao segði við Jósef: «Sig við brøður tínar: Hetta skulu tit gera: Leggið á klyvjadjórini og haldið avstað til Kánáanlands; takið faðir tykkara og húski tykkara og komið til mín, so skal eg geva tykkum tað besta av Egyptalandi; og tit skulu eta fiti landsins. Og tú skalt bjóða teimum og siga: Soleiðis skulu tit gera: Tit skulu taka við tykkum vagnar úr Egyptalandi til børn og konur tykkara og flyta á teimum faðir tykkara higar. Leggið einki lag í ognarlutir tykkara, tí at tað besta av øllum Egyptalandi skal verða tykkara!» Hetta gjørdu nú synir Ísraels; og Jósef gav teimum eftir boðum Fáraos vagnar og ferðavistir. Somuleiðis gav hann hvørjum teirra hátíðarbúna; men Benjamini gav hann trý hundrað siklar í silvuri og fimm hátíðarbúnar. Og hann sendi somuleiðis faðir sínum tíggju asnar klyvjaðar við bestu lutum Egyptalands og tíggju øsnur klyvjaðar við korni og breyði og ferðavistum til faðir sín. Síðan læt hann brøður sínar fara. Og tá ið teir hildu avstað, segði hann við teir: «Klandrist nú ikki á vegnum!» Soleiðis fóru teir úr Egyptalandi og komu til Jákup, faðir sín, í Kánáanlandi. Teir bóru honum hesi tíðindi og søgdu: «Jósef er enn á lívi, og hann ræður yvir øllum Egyptalandi.» Men hjarta hansara varð alsamt kalt, tí at hann trúði teimum ikki. Men tá ið teir søgdu honum frá øllum tí, sum Jósef hevði talað við teir, og hann sá vagnarnar, ið Jósef hevði sent eftir honum, tá livnaði andi Jákups, faðirs teirra, við. Og Ísrael mælti: «Tað er mær nóg mikið, at Jósef, sonur mín, livir; eg vil fara at síggja hann, áður enn eg doyggi!»
Tá fór Ísrael avstað við øllum, sum hann átti, og hann kom til Beersjebu og ofraði Guði Ísaks, faðirs síns, sláturoffur. Men Guð talaði við Ísrael í náttarsjón og segði: «Jákup, Jákup!» Hann svaraði: «Her eri eg!» Og hann mælti: «Eg eri Guð, Guð faðirs tíns. Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands; tí at har skal eg gera teg at miklari tjóð. Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og eg man eisini føra teg aftur haðan; og Jósef skal lata eygu tíni aftur.» Síðan fór Jákup frá Beersjebu. Synir Ísraels settu Jákup, faðir sín, og børn síni og konur sínar upp í vagnarnar, sum Fárao hevði sent eftir honum. Og teir tóku fenað sín og allan tann eyð, sum teimum hevði ognast í Kánáanlandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum. Soleiðis flutti hann við sær synir og sonasynir sínar, døtur og sonadøtur sínar og alt avkom sítt til Egyptalands. Hesi eru nøvn Ísraels sona, sum komu til Egyptalands, Jákup og synir hansara: Ruben, frumgitni sonur Jákups. Men synir Rubens vóru: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi. Synir Símeons: Jemuel, Jámin, Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur kanversku konunnar. Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. Synir Júda: Er, Ónan, Sjela, Perez og Zera. Men Er og Ónan doyðu í Kánáanlandi; og synir Perez vóru Hezron og Hámul. Synir Issakars: Tóla, Pua, Jásjub og Sjimron. Synir Zebulons: Sered, Elon og Jáleel. Hesir vóru synir Leu, sum hon føddi Jákupi í Paddon-Áram, umframt Dinu, dóttur hans. Allir synir og allar døtur hansara vóru tríati og trý. Og synir Gáds: Zifjon, Haggi, Sjúni, Ezbon, Eri, Áros og Áreli. Og synir Ásjers: Jimna, Jisjva, Jisjvi, Beria og Sera, systir teirra. Synir Beria vóru Heber og Malkiel. Hesir vóru synir Zilpu, sum Lában gav Leu, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sekstan sálir. Og synir Rakular konu Jákups: Jósef og Benjamin. Jósef fekk í Egyptalandi synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón: Efraim og Manasse. Synir Benjamins vóru: Bela, Beker, Asjbel, Gera, Náaman, Ehi, Rosj, Muppim, Huppim og Ard. Hesir vóru synir Rakular, sum hon føddi Jákupi, íalt fjúrtan sálir. Sonur Dáns var Husjim. Synir Naftali: Jázeel, Guni, Jezer og Sjillem. Hesir vóru synir Billu, sum Lában gav Rakuli, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sjey sálir íalt. Og alt húski Jákups, ið kom við honum til Egyptalands, og sum av honum var komið, var seksti og seks sálir, umframt sonakonur Jákups. Synir Jósefs, ið føddust honum í Egyptalandi, vóru tveir. Allar sálir av ætt Jákups, ið komu til Egyptalands, vóru sjeyti. Hann sendi nú Júda undan sær til Jósefs, til tess at hann skuldi beina teimum á Gosen. Síðan komu teir til Gosenlands. Tá læt Jósef búgva til vagn sín og fór ímóti faðir sínum til Gosen; og tá ið hann hitti hann, hálsfevndi hann hann og græt leingi í ørmum hans. Tá segði Ísrael við Jósef: «Nú doyggi eg glaður; tí at nú havi eg sæð andlit títt, at tú enn ert á lívi!» Men Jósef segði við brøður sínar og við húsfólk faðirs síns: «Nú skal eg fara og bera Fárao hesi tíðindi og siga við hann: Brøður mínir og húsfólk faðirs míns í Kánáanlandi eru komin til mín. Hesir menn eru hirðar og fenaðarmenn; nú eru teir komnir higar við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga. Men tá ið nú Fárao stevnir tykkum fyri seg og spyr tykkum um starv tykkara, tá skulu tit svara: Trælir tínir hava frá barnaárum av verið fenaðarmenn eins og fedrar sínir, – til tess at tit mega fáa loyvi til at búgva í Gosenlandi; tí at Egyptar hava andstygd fyri øllum hirðum.»
Síðan gekk Jósef fyri Fárao við hesum tíðindum og mælti: «Faðir mín og brøður mínir eru komnir úr Kánáanlandi við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga, og eru nú í Gosenlandi.» Men hann hevði tikið við sær fimm av brøðrum sínum og leiddi teir fyri Fárao. Tá segði Fárao við brøður hansara: «Hvat er atvinna tykkara?» Teir svaraðu Fárao: «Trælir tínir eru hirðar, bæði vit og fedrar okkara.» Og teir søgdu við Fárao: «Vit eru komnir til tess at búgva um bil her í landinum, tí at fenaður træla tína hevur einki beitilendi, av tí at hungur og hallár er í Kánáanlandi: Loyv nú trælum tínum at búgva í Gosenlandi.» Tá segði Fárao við Jósef: «Faðir tín og brøður tínir eru komnir til tín; tí skal Egyptaland standa tær í boði; tú mást lata faðir tín og brøður tínar taka upp bústað í tí besta landsluti; búgvi teir í Gosenlandi; og um tú finnur avreksmenn teirra millum, tá skipa teir umsjónarmenn yvir fæflokkum mínum.» Síðan kom Jósef við Jákupi, faðir sínum, og leiddi hann inn fyri Fárao; og Jákup lýsti signing yvir Fárao. Tá spurdi Fárao Jákup: «Hvussu nógvir eru ævidagar tínir?» Jákup svaraði Fárao: «Ævidagar útiseturs míns eru eitt hundrað og tríati ár; fáir og vándir hava ævidagar mínir verið og eru nógv styttri enn tann aldur, ið fedrar mínir slitu í útlegd síni.» Og tá ið Jákup hevði lýst signing yvir Fárao, fór hann út aftur frá honum. Men Jósef fekk faðir sínum og brøðrum sínum bústað og gav teimum ognir í Egyptalandi, í tí besta landslutinum, í Rámeseslandi, eins og Fárao hevði boðið. Og Jósef veitti faðir sínum og brøðrum sínum og øllum húsfólki faðirs síns vistir eftir tali barnanna. Men um alt landið var nú einki eftir til matna, tí at svølturin var harður, og bæði Egyptaland og Kánáanland vóru illa nívd av hallárunum. Jósef dró tá saman tað silvur í Egyptalandi og Kánáanlandi, sum var goldið fyri tað korn, ið teir høvdu keypt; og hann flutti tað í húsið hjá Fárao. Men tá ið silvurið treyt í Egyptalandi og Kánáanlandi, komu allir Egyptar til Jósefs og søgdu: «Gev okkum breyð! Hví skulu vit doyggja her beint fyri eygum tínum fyri tað, at silvur okkara trýtur?» Men Jósef svaraði: «Komið higar við fenaði tykkara, so skal eg geva tykkum breyð aftur fyri hann, um silvur trýtur!» Tá fóru teir til Jósefs við fenaði sínum; og hann fekk teimum breyð aftur fyri rossini og seyðin og neytini og asnarnar. Soleiðis helt hann teir tað árið við breyði fyri fenað teirra. Men tá ið árið var at enda, komu teir aftur til hansara og søgdu við hann: «Vit vilja ikki loyna tað fyri harra okkara, men nú trýtur silvurið, og fenaður vár er vorðin ogn harra okkara; so nú hava vit einki til harra okkara, uttan einans likam og jørð okkara! Hví skulu vit farast her beint fyri eygum tínum, bæði vit og jørð okkara? Keyp tú heldur okkum og jørð okkara fyri breyð, so vilja vit vera trælir hjá Fárao; og gev okkum sáðkorn, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja, og jørð okkara ikki verða løgd í oyði!» Tá keypti Jósef til Fárao alla jørð í Egyptalandi; tí at allir Egyptar seldu jørð sína, av tí at svølturin nívdi teir illa. Soleiðis ognaðist Fárao alt landið. Og hann gjørdi til trælir fólkið alt úr einum enda landsins í annan. Einans jørð prestanna keypti hann ikki; tí at teir fingu vissar tilskilaðar vistir frá Fárao; og teir livdu av sínum tilskilaðu vistum, ið Fárao gav teimum. Tessvegna nýttist teimum ikki at selja jørð sína. Síðan segði Jósef við fólkið: «Eg havi nú keypt tykkum og jørð tykkara til Fárao; og her hava tit nú sáðkorn til at sáa jørð tykkara við. Men av úrtøkum tykkara skulu tit geva Fárao fimtingin; hinar fýra fimtingarnar skulu tit hava til at sáa jørðina við og tykkum og húsfólkum tykkara til matna, og til føðslu hjá børnum tykkara.» Tá svaraðu teir: «Tú eigur lívið í okkum! Máttu vit nú funnið náði í eygum tínum, so skulu vit vera trælir Fáraos.» Jósef gjørdi nú ta lóg, sum enn er í gildi, at Fárao skuldi fáa fimtingin av jørð Egyptalands; einans jørð prestanna gjørdist ikki ogn Fáraos. Ísrael búði nú í Egyptalandi, í Gosenlandi; og teir reistu sær bygdir og aldu børn og fjølgaðust í stórum. Jákup livdi seytjan ár í Egyptalandi. Soleiðis vórðu allir ævidagar Jákups eitt hundrað og fjøruti og sjey ár. Men tá ið Ísrael nærkaðist deyðastundini, kallaði hann Jósef, son sín, til sín og segði við hann: «Havi eg funnið náði í eygum tínum, tá legg hond tína undir lendar mínar og játta, at tú vilt sýna mær ta góðsku og trúfesti ikki at jarða meg her í Egyptalandi. Eg vil hvíla hjá fedrum mínum; tí skalt tú flyta meg úr Egyptalandi og jarða meg í grøv teirra.» Hann svaraði: «Eg skal gera, eins og tú mælir til.» Men hann segði: «Ger mær eið upp á tað.» Og hann gjørdi honum eið upp á tað. Tá lútaði Ísrael tilbiðjandi niður at høvdalagnum.
Nakað eftir hesar tilburðir varð Jósefi sagt frá, at faðir hansara var sjúkur. Tá tók hann við sær báðar synir sínar, Manasse og Efraim. Tá ið Jákup fekk at vita, at Jósef, sonur hansara, var komin til hansara, ressaðist hann og settist upp undir seg á legu síni. Og Jákup segði við Jósef: «Guð hin alvaldi birtist fyri mær í Luz, í Kánáanlandi, og vælsignaði meg og segði við meg: Sí, eg skal lata teg nørast og fjølgast, so at mangar tjóðir koma av tær; og eg skal geva avkomi tínum eftir teg hetta landið um ævir. Og nú skulu báðir synir tínir, ið føddust tær í Egyptalandi, áður enn eg kom til tín til Egyptalands, verða mínir, Efraim og Manasse skulu verða mínir eins og Ruben og Símeon. Men tað avkom, sum tú hevur gitið aftan á teir, skal vera títt; teir skulu ganga undir navni brøðra sína í arvamálum sínum. Tá ið eg kom heim úr Paddan, misti eg Rakul í Kánáanlandi á leiðini, tá ið vit høvdu stutt eftir til Efrat; og eg jarðaði hana har við vegin til Efrat, tað er Betlehem.» Tá ið Ísrael sá synir Jósefs, mælti hann: «Hvørjir eru hesir?» Jósef svaraði faðir sínum: «Hetta eru synir mínir, sum Guð hevur givið mær her.» Tá mælti hann: «Leið teir til mín, at eg má vælsigna teir.» Men eygu Ísraels vóru so viknað av elli, at hann ikki sá. Tá leiddi Jósef teir til hansara, og hann kysti og fevndi teir. Ísrael segði við Jósef: «Eg hevði mist alla vón um at síggja teg aftur, og sí, nú hevur Guð eisini latið meg síggja avkom títt!» Síðan tók Jósef teir av aftur knøum hans og lútaði til jarðar fram á ásjón sína. Og Jósef tók teir báðar, Efraim í høgru hond, so at hann stóð vinstrumegin Ísrael, og Manasse í vinstru hond, so at hann stóð Ísrael til høgru handar, og hann leiddi teir til hansara. Men Ísrael rætti út høgru hond sína og legði hana á høvur Efraims, tó at hann var yngri, og vinstru hond sína legði hann á høvur Manasse og krosskastaði soleiðis hendur sínar, tí at Manasse var hin frumgitni. Síðan vælsignaði hann Jósef og mælti: «Tann Guð, fyri hvørs ásjón fedrar mínir Ábraham og Ísakur gingu, tann Guð, ið hevur varðveitt meg av fyrsta sinni og alt fram at hesum degi, tann eingil, ið bjargaði mær úr øllum illum, hann vælsigni sveinarnar, so at teir halda í lívi navni mínum og navni fedra mína: Ábrahams og Ísaks, við tað at teir verða fjølmangir á jørðini!» Men tá ið Jósef sá, at faðir hansara legði høgru hond sína á høvur Efraims, líkaði tað honum illa; og hann treiv um hond faðirs síns og førdi hana av høvdi Efraims yvir á høvur Manasse og mælti við faðir sín: «Ikki so faðir mín, tí at hesin er hin frumgitni; legg høgru hond tína á høvur hans!» Men faðir hansara bar seg undan og segði: «Eg veit tað, sonur mín, eg veit tað, eisini hann verður at tjóð, eisini hann verður mikil; men yngri bróðir hansara verður størri enn hann, og av honum skulu koma mangar tjóðir!» Og hann vælsignaði teir á tí degi og mælti: «Við tykkum skal Ísrael vælsigna og siga: Guð geri teg eins og Efraim og Manasse!» Soleiðis setti hann Efraim fremri enn Manasse. Og Ísrael segði við Jósef: «Sí, eg fari nú at doyggja; men Guð skal vera við tykkum og flyta tykkum aftur í land fedra tykkara. Men tær gevi eg fram um brøður tínar tann fjallaryggin, sum eg tók av Ámoritum við svørði og boga mínum.»
Tá kallaði Jákup synir sínar til sín og segði: «Savnist her, so skal eg kunngera tykkum tað, sum tykkum verður fyri í komandi tíðum. Komið higar og gevið ljóð, tit synir Jákups; lýðið á Ísrael, faðir tykkara! Ruben, tú mín frumgitni sonur, kraft mín og fyrsti alvi, fremstur í tign og fremstur í mátti! Men fyri títt brúsandi bráðlyndi skalt tú ikki vera fremstur; tí at tú steig upp í legu faðirs tíns – tá gjørdi tú illa – upp í hjúnalegu mína steig hann. Símeon og Levi eru brøður, valdsamboð eru vápn teirra. Sál mín komi ikki í samlag teirra; sømd mín havi ikki felagsskap við samkomu teirra, tí at í vreiði drópu teir menn, og av bráðræsi kvettu teir hælsinur oksanna. Bølbiðin verði vreiði teirra, tí at hon var mikil og bræði teirra, tí at hon brann! Eg spjaði teir í Jákupi og sundri teir í Ísrael! Júda, teg skulu brøður tínir tigna; hond tín skal taka fíggindar tínar í nakkan; tær skulu synir faðirs tíns lúta. Ljónshvølpur er Júda; frá ráni tú rísur, sonur mín. Hann legst á ból og rembist eins og ljónið, eins og kvennljónið; hvør torir at reka hann upp? Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. Hann bindur við víntræið asna sín, við víngreinina asnafolan; í víni tváar hann klæði síni, í vínberjablóði møttul sín, við eygum kámum av víni og tonnum hvítum av mjólk. Zebulon býr við sævarstrond, við strondina, har skipini hølast; og land hansara røkkur at Zidon. Issakar, hin beinmikli asni, ið liggur og rembist í kvíggjum sínum; hann sá, at hvíldin var góð og landið yndisligt; tí boygdi hann herðar sínar undir byrðar og varð knuggandi trælur. Dán veitir fólki sínum rætt eins væl og nøkur Ísraels ætt. Dán veri ormur við vegin, høggormur á gøtuni, ið bítur hestin í hælsinurnar, so reiðmaðurin dettur afturav! Á frelsu tína troysti eg, Harri! Gád, á hann herja ránsflokkar; men hann vegur teir, meðan teir flýggja. Ásjer – feit er føðsla hans; hann veitir kongakrásir. Naftali er hind, ið sloppin er leys; hann mælir fagurlátum orðum. Jósef er ungur aldinviður, ungur aldinviður við kelduvað; greinar hans toyggja seg upp um garðin. Ørvagarpar ráddust á hann, skutu eftir honum og søktu at honum. Men stinnur var bogi hans og armar hansara sterkir; hesin máttur kom frá Jákups veldiga, hirðanum, Ísraels kletti, frá Guði, føður tíns – hann hjálpi tær; frá hinum alvalda – hann signi teg við signing himinsins í erva og við signing djúpsins í neðra, við signing brósta og móðurlívs. Signingar føður tíns bera av signingum hinna ævigu fjalla, bera av dýrd hinna elligomlu heyggja; komi tær yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann bráð, um kvøldið býtir hann aftur herfong sundur.» Hesar eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, sum faðir teirra segði við teir. Og hann vælsignaði hvønn teirra við teirri signing, sum hóskaði teimum. Og hann beyð teimum og segði við teir: «Eg savnist nú til frænda mína; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á jarðarstykki Efrons Hetita, í hellinum á Makpela-vøllum áraka Mamre í Kánáanlandi, í teirri jørðini, sum Ábraham keypti frá Efroni Hetita, til at jarða í. Har jarðaðu teir Ábraham og Sáru, konu hansara, har jarðaðu teir Ísak og Rebekku, konu hansara, og har jarðaði eg Leu. Jørðin og hellið har varð keypt frá Hetitum.» Tá ið Jákup hevði lokið hesum fyriskipanum við synir sínar, dró hann føturnar upp í leguna; síðan andaðist hann og savnaðist til fedra sína.
Tá kastaði Jósef seg niður yvir andlit faðirs síns, græt uppi yvir honum og kysti hann. Og Jósef beyð tænarum sínum, ið læknakønir vóru, at balsamera faðir sín; tá balsameraðu læknarnir Ísrael. Til tess gingu fjøruti dagar, tí so langa tíð tekur balsameringin. Og Egyptar syrgdu hann í sjeyti dagar. Tá ið sorgardagarnir vóru at enda, mælti Jósef við hirðmenn Fáraos og segði: «Havi eg funnið náði í eygum tykkara, tá berið tit Fárao hesi orð frá mær: Faðir mín legði mær dýran við og mælti: Sí, eg fari nú at doyggja; men í tí grøv, sum eg gróv mær í Kánáanlandi, skalt tú jarða meg! Loyv mær tí at fara at jarða faðir mín; síðan skal eg koma aftur.» Fárao svaraði: «Far tú og jarða faðir tín, eins og tú svórt honum.» Tá fór Jósef at jarða faðir sín; og við honum fóru allir tænarar Fáraos, mætastu menn úr hirð hansara og allir frægir menn Egyptalands; og somuleiðis alt húski Jósefs og brøður hansara og húski faðirs hans; einans kvinnur og børn og smalur og stórdýr lótu teir vera eftir í Gosenlandi. Í ferðini vóru bæði vagnar og reiðmenn, so at tað var almikil herur. Og tá ið teir vóru komnir til Goren-Háatad, hinumegin Jórdan, hevjaðu teir harmljóð mikið og hátíðarligt; og Jósef helt ervi eftir faðir sín í sjey dagar. Men tá ið landsins íbúgvar, Kánáanitarnir, sóu teir halda ervi í Goren-Háatad, søgdu teir: «Egyptar halda stórt ervi!» Tessvegna varð tann staðurin nevndur Ábel-Mizráim; hann er hinumegin Jórdan. Synir hansara gjørdu við hann, eins og hann hevði boðið teimum. Og synir hansara fluttu hann til Kánáanlands og jarðaðu hann í hellinum á Makpela-vøllum í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt til leggstaðar frá Efroni Hetita, áraka Mamre. Og tá ið Jósef hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands saman við brøðrum sínum og øllum, ið við honum vóru komnir til jarðarferðar faðirs hans. Men tá ið brøður Jósefs sóu, at faðir teirra var deyður, hugsaðu teir: Gævi at Jósef nú ikki verður fíggindi okkara og lønar okkum aftur tað illa, sum vit gjørdu honum! Teir sendu tí Jósefi hesi boð: «Áður enn faðir tín andaðist, beyð hann okkum at siga við teg: Fyrigev tú misgerð brøðra tína og synd teirra, tí at teir gjørdu ilt ímóti tær! Fyrigev tí tað illa, sum tænarar Guðs, faðirs tíns, hava gjørt!» Jósef græt, tá ið hann hoyrdi hesi orð frá teimum. Síðan komu brøður hansara sjálvir og nigu fyri honum og søgdu: «Sí, vit eru trælir tínir!» Men Jósef segði við teir: «Óttist ikki! Eg eri tó ikki í Guðs stað! Tit ætlaðu at gera mær ilt, men Guð vendi tí til góða, til tess at gera tað, ið nú er fram komið, at halda lívinum uppi í mongum fólkum. Verið nú óræddir, tí at eg skal hava umsorgan fyri tykkum, konum og børnum tykkara.» Soleiðis uggaði hann teir, dirvdi hann teir. Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, hann og ættarfólk faðirs hans. Og Jósef varð eitt hundrað og tíggju ára gamal. Og Jósef sá avkom Efraims í triðja lið; eisini børn Mákirs Manassesonar føddust á knøum Jósefs. Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg fari nú at doyggja, men Guð man vissuliga vitja tykkum og flyta tykkum úr hesum landi heim aftur í tað landið, sum hann tilsvór Ábrahami, Ísaki og Jákupi!» Og Jósef legði sonum Ísraels dýran við og segði: «Tá ið Guð vitjar tykkum, tá skulu tit flyta bein míni hiðan!» Síðan doyði Jósef eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir balsameraðu hann og løgdu hann í kistu í Egyptalandi.
Hesi eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir hvør við sínum húski; Ruben, Símeon, Levi og Júda; Issakar, Zebulon og Benjamin; Dán, Naftali, Gád og Ásjer. Øll, ið komin vóru av Jákupi, vóru íalt sjeyti sálir; av teimum var Jósef frammanundan í Egyptalandi. Síðan doyðu Jósef og allir brøður hansara og alt tað ættarliðið. Men Ísraelsmenn aldu børn og nørdust og fjølgaðust og vórðu so ovurnógvir, at landið varð fult av teimum. Og tá ið seinni annar kongur tók við ræði yvir Egyptalandi, sum einki visti um Jósef, segði hann við fólk sítt: «Tit síggja, tjóð Ísraelsmanna er fjølmentari og mætari enn vit; latum okkum tí leggja ráð ímóti teimum, so at teir ikki fjølgast meira, tí at koma vit í bardaga, kann tað vera, at teir binda felag við fíggindar okkara og ráðast á okkum og rýma síðan úr landinum.» Tá settu teir verkstjórar yvir teimum til at níva teir við trælavinnu; og teir máttu byggja vistaborgir fyri Fárao: Pitom og Ramses. Men í sama mun, sum teir nívdu teir, í sama mun fjølgaðust teir og nørdust teir, so at loksins ræðsla fyri Ísraelsmonnum kom á teir. Egyptar lótu nú Ísraelsmenn træla hart fyri seg. Teir píndu lívið av teimum við harðari trælavinnu, við leirgrevstri og tigulturking og við alskyns jarðarstarvi, við øllum teimum trælastørvum, sum teir trælkaðu teir við. Tá segði kongur Egypta við hinar hebráisku ljósmøðurnar – onnur teirra æt Sjifra og hin Pua: «Tá ið tit hjálpa hebráiskum konum í barnferð, skulu tit hyggja gjølla at burðinum, tí at er tað sveinbarn, skulu tit drepa tað, men er tað gentubarn, skal tað verða á lívi!» Men ljósmøðurnar óttaðust Guð og gjørdu ikki tað, sum kongur Egyptalands hevði boðið teimum, heldur lívgaðu tær sveinbørnini. Tá stevndi kongur Egypta ljósmøðrunum til sín og segði við tær: «Hví hava tit gjørt hetta at lívga sveinbørnini?» Ljósmøðurnar svaraðu Fárao: «Hebráiskar konur eru ólíkar egyptiskum, tí at tær eru eins og djórini: Áður enn ljósmóðirin er komin til teirra, hava tær føtt.» Aftur fyri hetta læt Guð ljósmøðurnar fara væl; og fólkið vaks og mentist í stórum. Og Guð gav ljósmøðrunum avkom aftur fyri, at tær óttaðust hann. Tá beyð Fárao øllum fólki sínum og segði: «Øll sveinbørn, ið fødd verða hjá Hebreunum, skulu tit blaka í Nílánna, men øll gentubørn skulu tit lata vera á lívi!»
Nú fór maður av Levi ætt og tók sær til konu gentu, sum eisini var av Levi ætt. Og konan varð við barn og føddi son; og tá ið hon sá, at barnið var frálíka vakurt, krógvaði hon tað í tríggjar mánaðir. Men tá ið hon ikki fekk krógvað hann longur, bant hon honum kistu úr sevi, bræddi hana við jarðlími og biki, legði dreingin í kistuna og setti hana út í sevið við Níláarbakkan. Systir hansara tók støðu eitt sindur har frá til tess at vita, hvussu honum mundi fara at gangast. Men tá ið dóttir Fáraos fór oman í Nílánna at tváa sær, og ternur hennara gingu eftir áarbakkanum, bar hon eyga við kistuna mitt úti í sevinum og sendi eina ternu sína eftir henni. Og tá ið hon opnaði hana, sá hon, at har lá sveinbarn og græt; henni tókti synd í tí, og helt hon fyri: «Hetta man vera eitt av børnum Hebrea!» Tá segði systir hansara við dóttur Fáraos: «Skal eg fara tær eftir einihvørjari hebráiskari bróstakonu, sum kann hava sveinin á brósti fyri teg?» Dóttir Fáraos svaraði henni: «Ja, far tú.» Men gentan fór eftir móður barnsins. Dóttir Fáraos segði við hana: «Tak hetta barnið við tær og hav tað á brósti fyri meg; eg skal geva tær løn afturfyri.» Konan tók tá barnið og hevði tað á brósti. Men tá ið drongurin var vaksin, kom hon aftur við honum til dóttur Fáraos; og hon tók hann í sonar stað og nevndi hann Móses; «tí», segði hon, «eg havi drigið hann upp úr vatninum.» Einaferð tá ið Móses var tilkomin, bar so á, at hann fór út til ættarbrøður sínar at síggja, hvussu teir máttu træla. Tá sá hann egyptiskan mann drepa hebráiskan mann, ein av ættarbrøðrum sínum. Hann hugdi seg tá um í allar ættir; og tá ið hann sá, at eingin var har í námindu, drap hann Egyptan og gróv hann niður í sandin. Dagin eftir fór hann út aftur hagar. Og tá ið hann sá tveir Hebrear klandrast, segði hann við tann, sum órætt hevði: «Hví slært tú landa tín?» Men hann svaraði honum: «Hvør hevur skipað teg høvdinga og dómara yvir okkum? Ætlar tú kanska at drepa meg, eins og tú drapst Egyptan?» Tá varð Móses ræddur og hugsaði við sær: «So hevur tað spurst!» Tá ið Fárao hoyrdi um henda tilburð, royndi hann at drepa Móses; men Móses flýddi undan Fárao og tók upp bústað í Midianlandi og settist har við brunnin. Presturin í Midianlandi átti sjey døtur; tær komu at oysa vatn og fyltu trogini til tess at brynna fenaði faðirs síns. Men hagar komu aðrir hirðar og vildu koyra tær burtur; tá reis Móses upp og hjálpti teimum og brynti fenaði teirra. Tá ið tær komu heim aftur til Reuels, faðirs síns, spurdi hann: «Hví eru tit so skjótar aftur í dag?» Tær svaraðu: «Egyptiskur maður hjálpti okkum ímóti hirðunum og oysti okkum vatn og brynti fenaðinum.» Tá segði hann við døtur sínar: «Ja, men hvar er hann? Hví lótu tit mannin verða eftir har úti? Bjóðið honum heim, so at hann kann fáa mat!» Mósesi dámdi nú væl at vera hjá hesum manni; og hann gifti Mósesi Zipporu, dóttur sína. Hon føddi son, og hann nevndi hann Gersjom; «tí,» segði hann, «eg eri útiseti í fremmandum landi.» Nú gekk long tíð, og kongur Egyptalands doyði; men Ísraelsmenn stundu undir trælaoki og rópaðu, og neyðarróp teirra undan trældóminum bórust upp til Guðs. Tá hoyrdi Guð eymkan teirra og mintist á sáttmálan við Ábraham, Ísak og Jákup. Og Guð leit til Ísraelsmanna og kendist við teir.
Móses røktaði nú seyð hjá Jetro, verfaðir sínum, presti Midians; einaferð rak hann fenaðin yvir um oyðimørkina og kom at gudsfjallinum Hóreb. Tá birtist honum eingil Harrans í eldsloga, sum steig upp úr miðjum tornarunni; og tá ið hann hugdi gjøllari, sá hann, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, men brann tó ikki upp. Tá hugsaði Móses við sær: «Eg vil fara nærri at síggja hesa miklu sjón, hvussu tað ber til, at tornarunnurin ikki brennur upp.» Men tá ið Harrin sá, at hann fór hagar til tess at hyggja, rópaði Guð á hann út úr tornarunninum og segði: «Móses! Móses!» Hann svaraði: «Her eri eg!» Og hann mælti: «Kom ikki nærri! Men lat teg úr skónum, tí at tann staður, sum tú stendur á, er heilag jørð!» Síðan segði hann: «Eg eri Guð faðirs tíns, Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups.» Tá huldi Móses andlit sítt, tí at hann ræddist at síggja Guð. Men Harrin segði: «Eg havi sæð eymd fólks míns í Egyptalandi og hoyrt, hvussu tey rópa av neyð undan teimum, ið trælka tey; eg veit um pínslu teirra. Men nú eri eg stigin oman til tess at frelsa tey undan valdi Egypta og føra tey út úr hesum landi og inn í gott og víðlent land, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, á tann stað, har Kánáanitar, Hetitar, Ámoritar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar búgva. Av tí at neyðarróp Ísraelsmanna nú er komið til mín, og eg havi sæð allar tær trongdir, ið Egyptar lata ganga á teir, tí skalt tú nú lata meg senda teg til Fárao til tess at føra fólk mítt, Ísrael, út úr Egyptalandi!» Men Móses svaraði Guði: «Hvør eri eg, at eg kann fara til Fárao og føra Ísraelsmenn út úr Egyptalandi?» Men hann segði: «Jú, eg vil vera við tær. Og hetta skalt tú hava sum tekin um, at eg havi sent teg: Tá ið tú hevur ført fólkið út úr Egyptalandi, skulu tit dýrka Guð á hesum fjalli.» Og Móses segði við Guð: «Men tá ið eg nú komi til Ísraelsmanna og sigi teimum, at Guð fedra teirra hevur sent meg til teirra, og teir tá fara at spyrja um navn hansara, hvat skal eg tá svara teimum?» Tá segði Guð við Móses: «Eg eri tann, sum eg eri.» Og hann mælti: «Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: «Eg eri» hevur sent meg til tykkara.» Uppaftur segði Guð við Móses: «Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: Harrin, Guð fedra tykkara, Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups hevur sent meg til tykkara; hetta er navn mítt um ævir, og hetta er eiti mítt ættarlið eftir ættarlið. Far nú og savna saman Ísraels elstu og sig við teir: Harrin, Guð fedra tykkara, birtist fyri mær, Guð Ábrahams, Ísaks og Jákups, og segði: Eg havi givið tykkum gætur og tí, sum tykkum hevur verið fyri í Egyptalandi; tí havi eg sett mær fyri at føra tykkum burtur úr eymd Egyptalands inn í land Kánáanita, Hetita, Ámorita, Perezita, Hivita og Jebusita, í land, sum flýtur í mjólk og hunangi. Teir munnu lurta eftir tær, og tá skalt tú og Ísraels elstu ganga fyri Egyptalands kong og siga við hann: Harrin, Guð Hebrea, hevur møtt okkum; loyv okkum tí at fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina at ofra Harranum, Guði okkara, sláturoffur. Væl veit eg, at Egyptalands kongur ikki man loyva tykkum at fara avstað uttan við hørðum; tí vil eg rætta út hond mína og sláa Egyptaland við øllum teimum undurum, sum eg vil gera teirra millum; og tá skal hann lata tykkum fara! Og tá skal eg laga tað so, at Egyptum tykir tokka í tykkum, so at tit, tá ið tit fara avstað, ikki fara tómhentir; hvør kona skal biðja grannkonu sína og sambýliskonu sína um silvurgripir og gullgripir og klæði, sum tit skulu lata synir og døtur tykkara bera, og soleiðis skulu tit ræna Egyptar.»
Móses svaraði: «Men teir munnu ikki fara at trúgva mær og ikki lurta eftir mær, men siga: Harrin hevur ikki birtst fyri tær!» Tá segði Harrin við hann: «Hvat er hatta, sum tú hevur í hondini?» Hann svaraði: «Hetta er stavur.» Hann segði: «Tveit hann á jørðina!» Og tá ið hann hevði tveitt hann á jørðina, varð hann at ormi, sum Móses mátti flýggja undan. Síðan segði Harrin við Móses: «Rætt út hond tína og trív um ormssporlið.» Og tá ið hann rætti út hond sína og treiv um hann, varð hann aftur at stavi í hond hansara. «Til tess at teir mega trúgva, at Harrin, Guð fedra teirra, Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups, hevur birtst fyri tær!» Uppaftur segði Guð við hann: «Stikk hond tína í barmin!» Hann stakk tá hond sína í barmin; men tá ið hann tók hana út aftur, var hon hvít sum kavi av líktrá. Síðan segði hann: «Stikk aftur hond tína í barmin!» Hann stakk tá aftur hond sína í barmin; men tá ið hann tók hana úr aftur barminum, var hon vorðin aftur eins og annað hold hansara. «Vilja teir nú ikki trúgva tær og ikki leggja lag í títt fyrsta jartekin, so munnu teir fara at geva tí seinna gætur. Men leggja teir lag í hvørki av hesum jartekinum og vilja ikki lurta eftir tær, tá skalt tú taka vatn upp úr Nílánni og oysa tað út um vøllin; og vatnið, sum tú tekur upp úr Nílánni, skal verða blóð á vøllinum!» Men Móses segði við Harran: «Orsaka meg, Harri! Eg havi ongantíð verið orðkringur maður hvørki áður ella nú, eftir at tú hevur talað við tænara tín, tí at eg eri tungur fyri málinum og seinførur til at tala.» Tá svaraði Harrin honum: «Hvør hevur givið manni mál, og hvør ger hann dumban ella deyvan, skygdan ella blindan? Hvør annar enn Harrin? Far nú; tí at eg skal vera við munni tínum og kenna tær, hvussu tú skalt tala!» Men hann segði: «Orsaka meg, Harri, send tú einhvønn annan!» Tá reiddist Harrin inn á Móses og segði: «Hevur tú ikki Áron, bróður tín, Levitan? Eg veit, at hann er orðkringur maður; og sí, hann er eisini á veg at hitta teg; og hann man fegnast í hjarta sínum, tá ið hann sær teg. Tú skalt tala til hansara og leggja honum orðini í munnin, og eg vil vera við munni tínum og munni hansara og kenna tykkum, hvat tit skulu gera. Hann skal tala fyri teg til fólkið; og hann skal vera tær muður, og tú skalt vera honum eins og Guð. Og tak tær í hondina henda stavin, sum tú skalt gera jartekinið við!» Síðan fór Móses heim aftur til Jetro, verfaðir sín, og segði við hann: «Loyv mær at fara aftur til ættarbrøður mínar í Egyptalandi at vita, um teir enn eru á lívi.» Jetro svaraði Mósesi: «Far tú í friði.» Tá segði Harrin við Móses í Midianlandi: «Far aftur til Egyptalands, tí at deyðir eru allir teir, ið royndu eftir lívi tínum.» Tá tók Móses konu sína og son sín, setti tey upp á asnan og fór aftur til Egyptalands; og Móses tók gudsstavin í hondina. Og Harrin segði við Móses: «Tá ið tú nú kemur til Egyptalands, tá síggj so til, at tú gert øll tey undur frammi fyri Fárao, sum eg havi givið tær vald til at gera; men eg skal herða hjarta hansara, so at hann letur ikki fólkið fara. Tá skalt tú siga við Fárao: So sigur Harrin: Ísrael er frumgitni sonur mín; men tá ið eg bað teg lata son mín sleppa avstað, til tess at hann kann dýrka meg, tá sýtti tú fyri tí; sí, tí vil eg drepa frumgitna son tín!» Men á vegnum, har sum hann gisti um náttina, bar so á, at Harrin gjørdi seg inn á hann og vildi drepa hann. Tá tók Zippora hvassan stein og kvetti av yvirhúð sonar síns og nart við føtur hans og segði: «Tú ert mær blóðbrúðgómur!» Tá slepti hann honum; men «blóðbrúðgómur» segði hon vegna umskeringina. Síðan segði Harrin við Áron: «Far út í oyðimørkina ímóti Mósesi!» Hann fór tá avstað og hitti hann við gudsfjallið og myntist við hann. Og Móses segði Ároni frá teimum ørindum, sum Harrin hevði sent hann við, og øllum teimum tekinum, sum hann hevði boðið honum at gera. Móses og Áron fóru nú og savnaðu saman allar hinar elstu Ísraelsmanna; og Áron hevði á máli alt tað, sum Harrin hevði talað til Mósesar, og Móses gjørdi tekinini fyri eygum fólksins. Og fólkið trúði; og tá ið tey hoyrdu, at Harrin hevði vitjað Ísraelsmenn og litið til eymd teirra, lútaðu tey og tilbóðu.
Eftir hetta komu Móses og Áron á fund Fáraos og søgdu: «So sigur Harrin, Guð Ísraels: Loyv fólki mínum at fara, so at teir mega halda mær hátíð í oyðimørkini!» Men Fárao segði: «Hvør er tann Harrin, ið eg skal vera lýðin til tess at loyva Ísrael at fara? Ikki kenni eg tann Harran, og ikki loyvi eg heldur Ísrael at fara!» Teir svaraðu: «Guð Hebrea hevur møtt okkum; loyv okkum nú at fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina at bera Harranum, Guði várum, fram offur, so at hann ikki letur drepsótt og svørð koma yvir okkum!» Men Egyptalands kongur segði við teir: «Hví vilja tit, Móses og Áron, taka fólkið úr vinnuni? Farið tit heldur sjálvir aftur í trælastarv tykkara!» Og Fárao segði: «Múgvan er nóg løt, sum er, um tit ikki skulu koma at lætta henni um trælastarv hennar!» Sama dag beyð Fárao verkstjórum fólksins og umsjónarmonnum tess og segði: «Fáið teimum ikki longur hálm eins og áður til at gera tigulsteinar við; men latið teir sjálvar fara út at henta sær hálm! Kortini skulu tit seta teimum fyri at gera eins mangar tigulsteinar, og teir higar til hava gjørt; einki skulu tit skarva av tí; tí at av leti er tað, at teir rópa og siga: Vær viljum fara at bera fram Guði várum offur! Tað er neyðugt at tyngja um trælastarv teirra, so at teir hava nakað at takast við og ikki ganga um sum lygivætti!» Tá fóru verkstjórar fólksins og umsjónarmenn tess og søgdu soleiðis við fólkið: «So sigur Fárao: Eg gevi tykkum ikki longur hálm; farið sjálvir út at henta tykkum hálm, hvar tit mega finna hann; men kortini skal ikki verða minkað um tað, ið tit eiga at avrika!» Tá spjaddist fólkið út um alt Egyptaland til at savna sær hálm. Men verkstjórarnir, sum koyrdu undir teir, søgdu: «Hvønn dag skulu tit avrika eins nógv, og tá tit fingu hálmin!» Men teir umsjónarmenn hjá Ísraelsmonnum, ið verkstjórar Fáraos høvdu sett yvir teimum, vórðu avlamdir og síðan spurdir: «Hví avrika tit ikki longur tykkara ásettu nøgd av tiguli eins og áður?» Umsjónarmenn Ísraelsmanna komu tá og rópaðu til Fárao og søgdu: «Hví fert tú soleiðis við trælum tínum? Trælir tínir hava ongan hálm fingið, og kortini verður okkum boðið at gera tigulsteinar, og sí, trælir tínir verða avlamdir! Tú gert synd við fólk títt!» Men hann svaraði: «Tit eru latir og tíma einki; tessvegna siga tit: Latum okkum fara at bera fram Harranum offur!» Farið tit aftur og strevist; hálm fáa tit ongan, men kortini skulu tit avrika sama dagsverk av tiguli!» Umsjónarmenn Ísraelsmanna vóru illa við at skula boða: «Tit fáa ongan lætta, men hvønn dag skulu tit avrika tað ásetta tal av tigulsteinum!» Tá ið teir komu út aftur frá Fárao og hittu Móses og Áron, ið stóðu har og bíðaðu teimum, søgdu teir við teir: «Harrin líti at tykkum og dømi tykkum, aftur fyri at tit hava gjørt okkum illa umtóktar av Fárao og tænarum hansara og fingið teimum svørð í hond til at drepa okkum við!» Tá vendi Móses sær til Harrans og segði: «Hví gert tú so illa við hetta fólk? Hví hevur tú tá sent meg? Tí at síðan eg gekk fyri Fárao at tala í tínum navni, hevur hann farið illa við hesum fólki; og tú hevur als ikki hjálpt fólki tínum!» 6,1 Men Harrin svaraði Mósesi: «Nú skalt tú síggja, hvat eg fari at gera við Fárao, so at hann tvingaður letur teir fara, ja, so at hann verður tvingaður til sjálvur at reka teir út úr landi sínum!»
Og Guð talaði við Móses og segði við hann: «Eg eri Harrin! Eg birtist fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi sum Guð hin alvaldi, men undir navninum «Harrin» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum. Eg gjørdi eisini sáttmála við teir um at geva teimum Kánáanland, útlegdarland teirra, har teir livdu sum útisetar. Og tá ið nú Ísraelsmenn rópaðu av neyð undan Egyptum, ið trælkaðu teir, tá hoyrdi eg teir og mintist á sáttmála mín. Tí skalt tú siga við Ísraelsmenn: Eg eri Harrin! Eg skal sleppa tykkum undan teimum byrðum, ið Egyptar hava lagt á tykkum, og bjarga tykkum undan trælaoki teirra og loysa tykkum út við útrættum armi og miklum revsingardómum! Og eg vil velja tykkum út til at vera fólk mítt, og eg vil vera Guð tykkara, og tit skulu sanna, at eg eri Harrin, Guð tykkara, sum frelsir tykkum undan trælabyrðum Egyptanna! Eg skal føra tykkum inn í tað landið, sum eg svór at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; tað gevi eg tykkum til ognar; eg eri Harrin!» Móses kunngjørdi nú Ísraelsmonnum hetta; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi, av tí at tann harða trælavinna hevði gjørt teir hugbrotnar. Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Far og sig við Fárao, Egyptalands kong, at hann skal lata Ísraelsmenn fara burtur úr landi sínum.» Men Móses tók til máls fyri ásjón Harrans og segði: «Sí, Ísraelsmenn vildu ikki lurta eftir mær, hvussu skal tá Fárao leggja lag í, hvat eg sigi, eg, sum eri óumskorin á vørrum?» Harrin talaði tá við Móses og Áron og beyð teimum at fara til Fárao, Egyptalands kong, til tess at føra Ísraelsmenn út av Egyptalandi. Hesir vóru ættarhøvdingar teirra: Synir Rubens, hins frumgitna sonar Ísraels: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi; hetta eru kyntættir Rubens. Synir Símeons: Jemuel, Jámin, Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur hinnar kanversku konunnar; hesir eru kyntættir Símeons. Hesi eru nøvnini á sonum Levi eftir ættartali teirra: Gersjon, Kehat og Merari. Ævidagar Levi vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár. Synir Gersjons: Libni og Sjimei eftir kyntáttum teirra. Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Ævidagar Kehats vóru eitt hundrað og tríati og trý ár. Synir Merari: Máli og Musji; hetta eru kyntættir Levi eftir ættartali teirra. Og Amram tók sær Jókebed, faðirsystur sína, til konu, og hon føddi honum Áron og Móses. Amrams ævidagar vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár. Synir Jizhars: Kóra, Nefeg og Zikri. Synir Uzziels: Misjael, Elzafan og Sitri. Áron tók sær Elisjebu, dóttur Amminadabs, systur Náhsjons, til konu; og hon føddi honum Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. Synir Kóra: Assir, Elkana og Ábiasaf; hetta eru kyntættir Kóraita. Eleazar, sonur Árons, tók sær eina av døtrum Putiels til konu; og hon føddi honum Pinehas; hetta eru ættarhøvdingar Levitanna eftir kyntáttum teirra. Tað var við henda Áron og henda Móses, at Guð segði: «Førið Ísraelsmenn út úr Egyptalandi eftir herfylkingum teirra!» Tað vóru teir, ið talaðu við Fárao, Egyptalands kong, um at føra Ísraelsmenn út úr Egyptalandi, hesir somu Móses og Áron. Ta ferðina, tá ið Harrin talaði við Móses í Egyptalandi, tá mælti hann hesum orðum við Móses: «Eg eri Harrin! Kunnger Fárao, Egyptalands kongi, alt, sum eg sigi tær!» Men Móses svaraði, har hann stóð fyri ásjón Harrans: «Eg eri óumskorin á vørrum, hvussu kann Fárao geva orðum mínum gætur?»
Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg geri teg sum Guð fyri Fárao; men Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín. Tú skalt siga við hann alt, sum eg bjóði tær, men Áron, bróðir tín, skal bera tað upp á mál við Fárao, til tess at hann skal geva Ísraelsmonnum loyvi at fara úr landi sínum. Men eg skal herða hjarta Fáraos og síðan fremja mong jartekin og mangar fyriburðir í Egyptalandi. Kortini vil Fárao ikki lurta eftir tykkum; men eg skal leggja hond mína á Egyptaland og føra herfylkingar mínar, fólk mítt Ísraelsmenn, út úr Egyptalandi við miklum revsingardómum; og Egyptar skulu sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg rætti út hond mína yvir Egyptaland og føri Ísraelsmenn út frá teimum!» Tá gjørdu Móses og Áron, eins og Harrin hevði boðið teimum at gera. Móses var áttati ára gamal og Áron áttati og trý, tá ið teir talaðu við Fárao. Síðan talaði Harrin við Móses og Áron og segði: «Tá ið Fárao krevur okkurt jartekin av tykkum, tá skalt tú siga við Áron: Tak stav tín og tveit hann niður fyri Fárao, so skal hann verða ormur.» Síðan gingu Móses og Áron inn fyri Fárao og gjørdu, eins og Harrin hevði boðið teimum. Áron tók stav sín og tveitti hann niður fyri Fárao og tænarar hansara; og stavurin varð ormur. Tá sendi Fárao boð eftir vísmonnunum og gandakøllunum, men hesir rúnarmenn Egyptalands vóru førir fyri at gera tað sama við rúnarveldi sínum. Teir tveittu frá sær hvør sín stav, og stavirnir vórðu at ormum; men stavur Árons gloypti støvum teirra. Men hjarta Fáraos herdist við sama lag, og hann vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt. Tá segði Harrin við Móses: «Hjarta Fáraos er hart, og hann vil ikki loyva fólkinum at fara; far tí í morgin snimma til Fárao, tá ið hann fer oman at vatninum, og statt fyri honum á Níláarbakkanum; í hondini skalt tú hava stavin, sum varð ormur; og tú skalt siga við hann: «Harrin, Guð Hebrea, hevur sent meg til tín við hesum boðum: Loyv fólki mínum at fara, so at tey mega tæna mær í oyðimørkini. Men higartil hevur tú verið óhoyriligur. So sigur Harrin: Av hesum skalt tú sanna, at eg eri Harrin: Sí, við hesum stavi, sum eg havi í hondini, skal eg sláa á vatnið í Nílánni, so at tað verður broytt í blóð! Fiskarnir í Nílánni skulu doyggja, og Níláin skal dampa so illa, at Egyptum stendst við at drekka vatnið úr Nílánni!» Og Harrin mælti við Móses: «Sig við Áron: Tak stav tín og rætt hond tína út yvir vøtn Egyptalands, yvir áir og løkir, yvir blotar og allar hyljar, og vatnið skal verða at blóði; og blóðið skal vera um alt Egyptaland bæði í træílátum og steinkerum.» Móses og Áron gjørdu nú, eins og Harrin hevði boðið; og hann hevði upp stavin og sló á vatnið í Nílánni fyri eygum Fáraos og fyri eygum tænara hans; og alt vatnið í Nílánni broyttist og varð blóð. Fiskarnir í Nílánni doyðu; og Níláin dampaði so illa, at Egyptar ikki kundu drekka vatnið úr henni; og blóð var um alt Egyptaland. Men rúnarmenn Egypta gjørdu tað sama við rúnarveldi sínum; tí herdist hjarta Fáraos; og hann vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt. Fárao snúðist heim aftur til sín sjálvs og legði heldur einki lag í hetta. Men allir Egyptar løgdust at grava fram við Nílánna eftir vatni til at drekka, tí at teir kundu ikki drekka vatnið úr Nílánni. Nú liðu sjey dagar, eftir at Harrin hevði sligið Nílánna.
Síðan segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at teir mega tæna mær! Men synjar tú fyri at lata tey fara, tá skal eg týna alt land títt við froskum. Níláin skal yðja við froskum; teir skulu koma upp á turt og fara inn í hús títt og svøvnskemmu tína, ja, upp í rekkju tína og inn í hús tænara tína og fólks tíns, í bakarovnar tínar og deigtrog; ja, froskarnir skulu skríða upp á sjálvan teg og fólk títt og allar tænarar tínar!» Tá segði Harrin við Móses: «Sig við Áron: Rætt út hond tína og halt stav tín út yvir áir, løkir og vatnræsi og fá froskarnar at skríða upp og út yvir Egyptaland!» Síðan rætti Áron út hond sína yvir vøtn Egyptalands; tá skriðu froskarnir upp og huldu Egyptaland. Men eisini hetta gjørdu rúnarmenninir við rúnarveldi sínum og lótu froskar koma yvir Egyptaland. Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Biðið Harran um at lata froskarnar víkja frá mær og fólki mínum, so skal eg lata fólkið fara, so at tey mega bera fram Harranum offur!» Móses svaraði Fárao: «Tær skal verða veittur tann heiður sjálvur at siga, nær eg skal biðja fyri tær og tænarum tínum og fólki tínum, um at froskarnir skulu víkja frá tær og húsum tínum, so at teir einans verða eftir í Nílánni.» Hann svaraði: «Í morgin.» Tá segði Móses: «So skal verða, sum tú sigur, til tess at tú skalt sanna, at eingin er sum Harrin, Guð vár. Froskarnir skulu víkja frá tær og húsum tínum og frá tænarum tínum og fólki tínum, so at teir einans verða eftir í Nílánni.» Síðan gingu Móses og Áron út frá Fárao; Móses ákallaði Harran um at beina fyri froskunum, ið hann hevði latið koma yvir Fárao. Harrin gjørdi tá, sum Móses bað um, og froskarnir doyðu bæði í húsunum og í gørðunum og úti á markini. Og tá ið teir vórðu savnaðir saman í rúgvur, stóðst rotin roykur av teimum út um landið. Men tá ið Fárao sá, at tað var lætt í, herdi hann aftur hjarta sítt og vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt. Harrin segði tá við Móses: «Sig við Áron: Rætt út stav tín og slá á dust jarðarinnar; tað skal verða at mýggjabitum um alt Egyptaland!» Teir so gjørdu; Áron rætti út hond sína og sló við stavi sínum á dust jarðarinnar; tá løgdust mýggjabitar á bæði fólk og fenað; alt dust jarðarinnar var at mýggjabitum um alt Egyptaland. Rúnarmenninir royndu nú eisini við rúnarveldi sínum at fáa mýggjabitar fram; men teir kundu tað ikki; og mýggjabitarnir løgdust bæði á menn og djór. Tá søgdu rúnarmenninir við Fárao: «Hetta er fingur Guðs!» Men tó herdi Fárao hjarta sítt og vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt. Og Harrin segði við Móses: «Far í morgin snimma og statt fyri Fárao, tá ið hann fer oman at vatninum, og sig við hann: So sigur Harrin: Loyv fólki mínum at fara, so at tey mega tæna mær! Men gevur tú teimum ikki loyvi at fara, skal eg lata bitflugur leggjast á teg og tænarar tínar og fólk títt og hús tíni; og hús Egypta skulu verða full av bitflugum og somuleiðis jørðin undir fótum teirra! Men á tí degi vil eg undantaka Gosenland, har fólk mítt býr, so at har ongar bitflugur vera, til tess at tú skalt sanna, at eg, Harrin, eri í landinum. Og eg vil gera skilnað millum mítt fólk og títt fólk. Í morgin skal hetta jartekin vera.» Harrin gjørdi nú soleiðis og læt øgiligar flokkar av bitflugum herja á hús Fáraos og hús tænara hans og um alt Egyptaland, so at landið var illa farið av bitflugum. Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Farið nú og berið fram Guði tykkara offur her í landinum!» Men Móses svaraði: «Ikki ber til at gera soleiðis, tí at tað, sum vit ofra Harranum, Guði várum, er Egyptum andstyggiligt; og um vit nú fyri eygum teirra bera fram offur, sum er teimum andstyggiligt, munnu teir tá ikki fara at grýta okkum? Loyv okkum heldur at fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina at bera fram Harra, Guði várum, offur, eins og hann hevur boðið okkum!» Tá segði Fárao: «Eg vil lata tykkum fara; berið tit fram Harranum, Guði tykkara, offur í oyðimørkini; men farið bert ikki ov langt burtur; biðið fyri mær!» Móses svaraði: «Ja, fyrsta eg eri komin út frá tær, skal eg biðja til Harrans, og bitflugurnar skulu víkja frá Fárao og tænarum hans og frá fólki hans í morgin; men tá má Fárao ikki aftur við skálkabrøgdum sýta fólkinum burturferð til at bera fram Harranum offur!» Móses fór tá út frá Fárao og bað til Harrans. Og Harrin gjørdi, eins og Móses bað um, og læt bitflugurnar víkja frá Fárao og tænarum hans og fólki hans, so at ikki ein var eftir. Men Fárao herdi eisini hesa ferðina hjarta sítt og læt ikki fólkið fara.
Tá segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao! Tí at eg havi hert hjarta hansara og hjørtu tænara hans, til tess at eg má gera hesi jartekin míni teirra millum, so at tú kanst siga børnum og barnabørnum tínum frá, hvussu eg fór við Egyptum, og frá jartekinum mínum, sum eg gjørdi teirra millum; tá munnu tit sanna, at eg eri Harrin!» Síðan gingu Móses og Áron inn fyri Fárao og søgdu við hann: «So sigur Harrin, Guð Hebrea: Hvussu leingi ætlar tú at berast undan at eyðmýkja teg fyri mær? Gev fólki mínum loyvi at fara, so at tey mega tæna mær! Men vilt tú ikki lata fólk mítt fara, so skal eg í morgin lata ongsprettur koma inn yvir land títt; tær skulu hylja landið, so at jørðin ikki sæst, og eta upp allar leivdir hjá tykkum, sum komust undan heglinginum, og gnaga upp øll trø tykkara, sum spretta úr jørðini. Og tær skulu fylla hús tíni og hús alra tænara tína og hús alra Egypta, so at hvørki fedrar tínir ella fedrar fedra tína nakrantíð skulu hava sæð tílíkt frá tí degi, teir vórðu bornir í heim, og alt at hesum degi!» Síðan snúðist hann frá Fárao. Men tænarar Fáraos søgdu við hann: «Hvussu leingi skal hesin maður elva okkum vanda? Gev monnunum loyvi at fara, so at teir mega tæna Harranum, Guði sínum! Sært tú ikki enn, at Egyptaland verður lagt oyðið?» Móses og Áron vórðu tá aftur stevndir fyri Fárao; og hann segði við teir: «Farið nú og tænið Harranum, Guði tykkara! Men hvørjir eru tit, ið ætla tykkum at fara?» Móses svaraði: «Vit ætla okkum at fara bæði við ungum og gomlum; bæði synir og døtur, smalur og stórdýr skulu vit hava við okkum, tí at vit skulu halda hátíð Harrans.» Tá segði hann við teir: «Harrin fylgi tykkum, um eg skuldi latið tykkum farið við konum og børnum! Men her síggja tit, at ilt býr tykkum í huga! Nei, farið tit kallmenn og tænið Harranum, tí at tað var tað, sum tit bóðu um!» Síðan vórðu teir riknir út frá Fárao. Tá mælti Harrin við Móses: «Rætt út hond tína yvir Egyptaland, so at ongsprettur koma yvir Egyptaland og eta upp allan gróður á jørðini og alt tað, sum komst undan heglinginum!» Tá rætti Móses stav sín út yvir Egyptaland, og Harrin læt eystanvind blása inn yvir landið allan tann dagin og alla náttina; og tá ið tók at lýsa fyri degi, kom eystanvindurin við ongsprettunum. Og ongspretturnar komu inn yvir alt Egyptaland og løgdust á allar landslutir í so miklum flokkum, at tílíkt ikki hevur verið áður og verður ongantíð aftur. Tær huldu alt landið, so at vøllurin varð svartur av teimum; tær ótu upp allan gróður á jørðini og allan ávøkst á trøunum, sum høvdu komist undan heglinginum, so at einki grønt var eftir hvørki á trøum ella á urtum um alt Egyptaland. Tá sendi Fárao sum skjótast boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Eg havi syndað móti Harranum, Guði tykkara, og móti tykkum! Men fyrigevið mær nú synd mína hesa einu ferðina og biðið Harran, Guð tykkara, um at lata henda deyðaváða víkja frá mær!» Síðan fór Móses út frá Fárao og bað til Harrans. Tá læt Harrin hann ganga vesturá við harðveðri, sum tók ongspretturnar og floygdi teimum út í Reyðahavið, so at ikki ein ongspretta var eftir í øllum Egyptalandi. Men Harrin herdi hjarta Fáraos, so at hann loyvdi ikki Ísraelsmonnum at fara. Tá segði Harrin við Móses: «Rætt út hond tína móti himni, so skal koma yvir Egyptaland tílíkt myrkur, at takandi er í tað!» Og Móses rætti út hond sína móti himni; tá varð bølamyrkur um alt Egyptaland í tríggjar dagar. Eingin sá annan, og eingin flutti seg haðan, sum hann var staddur í tríggjar dagar; men allar staðir, har Ísraelsmenn búðu, var ljóst. Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og segði: «Farið avstað og tænið Harranum; latið einans smalur og stórdýr tykkara verða eftir; men kvinnur og børn mega tit hava við tykkum.» Men Móses svaraði: «Tú verður eisini at lata okkum fáa djór við, so at vit fáa ofrað Harranum, Guði várum, sláturoffur og brennioffur. Fenað okkara mega vit eisini hava við okkum; ikki ein kleyv má verða eftir, tí at tað skulu vit hava at tæna Harranum, Guði okkara, við; og vit vita ikki, hvat okkum til tess verður tørvur á, fyrr enn vit eru komnir hagar.» Men Harrin herdi hjarta Fáraos, so at hann ikki vildi loyva teimum at fara. Og Fárao segði við hann: «Hav teg burtur frá mær og vara teg væl fyri at koma aftur fyri eygu míni; tí at ta stund, tú kemur mær fyri eygu, skalt tú týna lívið!» Móses svaraði: «Rætt sigur tú! Eg skal ongantíð aftur koma tær fyri eygu!»
Tá segði Harrin við Móses: «Enn eina plágu vil eg lata koma yvir Fárao og Egyptaland; og aftan á hana man hann loyva tykkum at fara hiðan; tá letur hann tykkum fara við øllum, ið tit eiga; ja, hann skal sjálvur koyra undir at fáa tykkum hiðan. Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín og hvør kona biðja grannkonu sína um silvurgripir og gullgripir!» Harrin læt nú fólkið toknast Egyptum væl; eisini var maðurin Móses mikil í metum í Egyptalandi bæði hjá tænarum Fáraos og hjá fólkinum. Tá mælti Móses: «So sigur Harrin: Um miðju nátt vil eg ganga mitt ígjøgnum Egyptaland. Tá skulu allir frumburðir í Egyptalandi týna lívið, alt frá frumgitna syni Fáraos, ið situr í hásæti sínum, og til frumgitna sonar trælkonunnar, ið stendur við kvørnina; og somuleiðis allir frumburðir fenaðarins. Tá skal hevjast harmaróp um alt Egyptaland so andskræmiligt, at tílíkt ikki hevur hoyrst áður og verður ongantíð aftur. Men at nøkrum Ísraelsmanni skal ikki so mikið sum rakki goyggja, hvørki at monnum ella djórum, til tess at tú skalt vita, at Harrin ger greinarmun ímillum Egypta og Ísraelsmanna! Tá skulu allir hesir tænarar tínir koma til mín og lúta mær og siga: Far avstað hiðan, tú og alt tað fólk, ið við tær er! Og tá ætli eg at fara!» Síðan fór hann í øðini út frá Fárao. Men Harrin segði við Móses: «Ikki man Fárao fara at lurta eftir tykkum, so at jartekin míni verða mong í Egyptalandi.» Og tó at Móses og Áron gjørdu øll hesi jartekin beint fyri eygunum á Fárao, herdi Harrin hjarta hansara soleiðis, at hann ikki læt Ísraelsmenn sleppa út úr landi sínum.
Síðan talaði Harrin við Móses og Áron í Egyptalandi og segði: «Hesin mánaður skal vera byrjanarmánaður hjá tykkum; við honum skal árið byrja hjá tykkum. Talið við allan savnað Ísraelsmanna og sigið: Tíggjunda dagin í hesum mánaði skal hvør húsfaðir taka sær eitt lamb, eitt lamb fyri hvørt húski. Men um húskið er ov lítið fyri eitt lamb, skal hann og granni hansara, ið næstur honum býr, taka eitt lamb í felag eftir tali húsfólkanna; men ikki lata fleiri vera um lambið, enn at teir kunnu eta seg mettar. Lambið skal vera lýtaleyst, veturgamalt veðurlamb, ið má vera annaðhvørt undan seyði ella geit. Tit skulu hava tað gangandi til hin fjúrtanda dagin í hesum sama mánaði; tá skal øll samkoma Ísraels savnaðar slátra tað um sólsetur. Og teir skulu taka av blóðinum og rýða tað á báðar durastavirnar og duratræið á teimum húsum, har teir eta lambið. Somu náttina skulu tit eta kjøtið, steikt í eldi; aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað. Tit mega ikki eta nakað av tí rátt ella soðið í vatni, men einans steikt í eldi við høvdi, fótum og innvøli. Einki mega tit leiva av tí til um morgunin; og er nakað eftir av tí morgunin eftir, skulu tit brenna tað upp í eldi. Og tit skulu eta tað, meðan tit standa gyrdir um lendar, skøddir um føtur og við stavi í hendi; í bræði skulu tit eta tað. Hetta eru páskir Harrans. Í nátt vil eg fara um Egyptalandið og drepa allar frumburðir í landinum bæði av monnum og djórum og fella dóm yvir allar gudar Egyptalands. Eg eri Harrin. Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland. Hesin dagur skal vera tykkum minningardagur; og tit skulu halda hann sum hátíð fyri Harranum; ætt eftir ætt skal tað vera tykkum ævigt lógboð at halda hann. Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð; alt frá fyrsta degi skulu tit beina alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; tí at hvør tann, ið etur nakað súrgað frá fyrsta degi til hin sjeynda, hann skal verða oyddur úr Ísrael. Á hinum fyrsta degi skulu tit halda halgistevnu og somuleiðis á hinum sjeynda; á teimum døgum mega tit ikki starva við nøkrum uttan tað at tilreiða tað, sum hvørjum tykkara er tørvur á til matna. Tit skulu halda hátíð hinna ósúrgaðu breyða; tí at á hesum sama degi var tað, eg leiddi herfjøldir tykkara út úr Egyptalandi; tað skal vera tykkum ævigt lógboð ættarlið eftir ættarlið at halda henda dagin. Fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar um kvøldið skulu tit eta ósúrgað breyð og halda áfram til um kvøldið tjúgunda og fyrsta í sama mánaði. Í sjey dagar má ikki finnast súrdeiggj í húsum tykkara; tí at hvør tann, ið etur nakað súrgað, hann skal verða oyddur úr savnaði Ísraels, hvørt hann er útlendskur ella innlendskur. Tit skulu einki súrgað eta; í øllum heimbýlum tykkara skulu tit eta ósúrgað breyð.» Móses stevndi nú øllum hinum elstu í Ísrael saman og segði við teir: «Farið og takið tykkum smalur til húski tykkara og slátrið páskaofrið; og takið tykkum vendur av ýsopi og drepið tær niður í blóðið í offurbollanum og rýðið nakað av tí upp á duratræið og á báðar durastavirnar; og eingin tykkara má fara út fyri dyr fyrr enn um morgunin; tí at Harrin man fara um til tess at sláa Egyptar; og tá ið hann sær blóðið á duratrænum og á báðum durastøvunum, man hann fara um dyrnar og ikki lata oyðaran koma at húsum tykkara til at meina tykkum. Gætið hetta sum ævigar skipanir fyri teg og eftirkomarar tínar. Og tá ið tit koma inn í landið, sum Harrin vil geva tykkum, eins og hann hevur heitt, tá skulu tit halda henda halgisið. Og tá ið børn tykkara spyrja tykkum: Hvør er hesin halgisiður, sum tit halda? Tá skulu tit svara: Hetta er páskaofrið fyri Harranum, ið fór um hús Ísraelsmanna í Egyptalandi, tá ið hann sló Egyptar, men eirdi húsum okkara.» Tá lútaði fólkið og tilbað. Ísraelsmenn fóru nú og gjørdu, eins og Harrin hevði boðið Mósesi og Ároni. Og um miðju nátt banaði Harrin øllum frumburðum í Egyptalandi frá frumgitna syni Fáraos, ið sat í hásæti sínum, og alt at frumgitna syni fangans, ið sat í myrkustovu, og somuleiðis øllum frumburðum fenaðarins. Tá fór Fárao upp um náttina, hann og allir tænarar hans og allir Egyptar; og varð tá hevjað øgiligt harmaróp í Egyptalandi; tí at ikki var hús, har ikki onkur lá lík. Og Fárao sendi um náttina boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Haldið avstað og farið burtur frá fólki mínum, bæði tit sjálvir og allir Ísraelsmenn! Farið og tænið Harranum, eins og tit hava biðið um! Takið eisini smalur og stórdýr tykkara við tykkum, eins og tit hava biðið um; haldið síðan avstað og biðið eisini signing yvir meg!» Og Egyptar róku undir fólkið til tess at fáa teir sum skjótast út av landinum, tí at teir søgdu: «Vit farast allir samlir!» Og fólkið tók nú deiggið, áður enn tað var súrgað; teir ballaðu deigtrogini inn í klæði og bóru tey á herðunum. Ísraelsmenn høvdu gjørt eftir skipan Mósesar og biðið Egyptar um silvurgripir, gullgripir og klæði. Og Harrin hevði lagað tað soleiðis, at Egyptar høvdu tokka í fólkinum og góvu teimum, tað teir bóðu um. Og soleiðis rændu teir Egyptar. Síðan hildu Ísraelsmenn avstað úr Rámeses til Sukkot okkurt um seks hundrað túsund menn til gongu umframt konur og børn. Men við teimum í ferðini var eisini nógv uttanveltað fólk og miklir flokkar av smalum og stórdýrum. Teir bakaðu ósúrgaðar køkur av deignum, sum teir høvdu við sær úr Egyptalandi, tí at deiggið var ikki súrgað, av tí at teir vóru riknir út úr Egyptalandi uttan at fáa tíð til nakað og høvdu heldur ikki fingið sær ferðavistir til vega. Ísraelsmenn høvdu tá búð í Egyptalandi í fýra hundrað og tríati ár. Á hesum sama degi, tá ið hesi fýra hundrað og tríati árini vóru umliðin, fóru øll herlið Harrans út úr Egyptalandi. Hetta er vøkunátt Harrans, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi; henda náttin skal vera halgað Harranum og hildin av øllum Ísraelsmonnum ættarlið eftir ættarlið. Og Harrin segði við Móses og Áron: «Soleiðis skalt tú fyriskipa páskaofrið: Eingin fremmandur má eta av tí. Men hvør ein trælur, sum er keyptur fyri silvur, má vera við til at eta av tí, fyrsta tú hevur umskorið hann. Niðursetumenn og bønarmenn mega ikki vera við til at eta av tí. Í einum húsi skal tað verða etið; einki av kjøtinum mást tú bera út av húsinum, og einki bein mega tit bróta í tí. Allur savnaður Ísraels skal halda páskirnar. Og tá ið onkur er, sum býr hjá tær í útisetri og vil halda páskir fyri Harranum, skalt tú umskera alt kallkyn hjá honum; og tá má hann halda hátíðina og vera sum inniborin maður. Eingin óumskorin má eta av tí. Sama lóg skal vera fyri tann inniborna sum fyri tann fremmanda, sum býr í útisetri hjá tykkum.» Allir Ísraelsmenn gjørdu nú soleiðis, sum Harrin hevði boðið Mósesi og Ároni. Á hesum sama degi leiddi nú Harrin Ísraelsmenn út úr Egyptalandi herfjøld eftir herfjøld.
Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Tú skalt halga mær allar frumburðir, alt, sum opnar móðurlív hjá Ísraelsmonnum, hvørt tað eru menn ella djór; tað er mítt!» Móses segði nú við fólkið: «Minnist henda dagin, tá ið tit fóru út úr Egyptalandi, út úr trælahúsinum; tí at við sterkari hond leiddi Harrin tykkum út haðan. Einki súrgað breyð mega tit eta. Í dag fara tit avstað, í ábib mánaði. Og tá ið Harrin leiðir teg inn í land Kánáanita, Hetita, Ámorita, Hivita og Jebusita, sum hann svór fedrum tínum at geva tær, tað landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, tá skalt tú halda henda halgisið í hesum mánaði. Sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, og hin sjeyndi skal vera hátíð fyri Harranum. Á hesum sjey døgum skal ósúrgað breyð verða etið; hvørki súrgað breyð ella nakað súrdeiggj má síggjast hjá tær í øllum landi tínum. Á tí degi skalt tú greina syni tínum frá hesum og siga, at hetta er til minnis um, tað Harrin gjørdi fyri teg, tá ið tú fórt út úr Egyptalandi. Hetta skal vera tær tekin á hond tíni og áminningarmerki á enni tínum, til tess at lóg Harrans skal vera á munni tínum; tí at við sterkari hond leiddi Harrin teg út úr Egyptalandi. Hesa skipan skalt tú halda á ásettari tíð ár eftir ár. Og tá ið Harrin hevur leitt teg inn í land Kánáanita, so sum hann svór tær og fedrum tínum, og gevur tær tað, tá skalt tú ogna Harranum alt, sum opnar móðurlív, alt frumborið av kallkyni undan fenaði tínum skal hoyra Harranum til. Men allar frumburðir undan asnum tínum skalt tú loysa við lambi; og loysir tú tað ikki, skalt tú hálsbróta tað. Og allar frumburðir manna hjá sonum tínum skalt tú loysa. Tá ið sonur tín seinni spyr teg: «Hvat hevur hetta at týða?» Tá skalt tú svara honum: «Við sterkari hond leiddi Harrin okkum út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum; tí at tá ið Fárao av hørðum huga sýtti okkum at fara, tá drap Harrin allar frumburðir í Egyptalandi bæði undan monnum og fenaði; tessvegna ofra vit Harranum alt av kallkyni, sum opnar móðurlív, men loysa allar frumburðir hjá børnum okkara. Og hetta skal vera tykkum tekin á hond tykkara og áminningarmerki á enni tykkara, tí at við sterkari hond leiddi Harrin okkum út úr Egyptalandi.» Tá ið Fárao slepti fólkinum avstað, leiddi Guð tey ikki á vegnum til Filistalands, tó at tað var stytsta leiðin; tí at Guð hugsaði, at tey kundu fara at iðra seg, tá ið tey sóu ófrið ganga á og snúgvast aftur til Egyptalands. Men Guð læt fólkið fara í bug eftir reynvegnum móti Reyðahavinum. Herbúnir fóru Ísraelsmenn út úr Egyptalandi. Og Móses tók bein Jósefs við sær; tí at hann hevði lagt Ísraelsmonnum dýran við og sagt: «Vissuliga man Harrin vitja tykkum, flytið tá bein míni hiðan við tykkum!» Síðan fluttu teir úr Sukkot og settu búðir sínar í Etam við útjaðaran á oyðimørkini. Men Harrin gekk undan teimum um dagin í skýstólpa til at vísa teimum vegin og um náttina í eldstólpa til at lýsa teimum, so at teir kundu ganga dag sum nátt. Um dagin veik ikki skýstólpin frá fólkinum og ikki heldur eldstólpin um náttina.
Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum at snúgvast við aftur og seta búðir sínar við Pi-Hákirot millum Migdols og havsins áraka Báal-Zefon; har skulu tit seta búðir tykkara við havið. Tá man Fárao halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum, og at oyðimørkin hevur byrgt teir inni. Og eg skal herða hjarta Fáraos, so at hann heldur aftan á teir; og tá skal eg sýna dýrd mína á Fárao og øllum heri hansara, so at Egyptar skulu vita, at eg eri Harrin!» Teir gjørdu nú so. Men tá ið kongur Egypta frætti, at fólkið var rýmt, skiftu Fárao og tænarar hansara hug móti fólkinum, og teir søgdu: «Hví hava vit latið Ísraelsmenn sleppa undan at træla fyri okkum?» Hann læt tá hervagn sín búgva til og tók menn sínar við sær. Hann tók seks hundrað úrvalshervagnar og allar hervagnar Egypta og mannaði teir allar við avrekskøppum. Tí at Harrin herdi hjartað á Fárao, kongi Egyptalands, so at hann helt aftan á Ísraelsmenn; men Ísraelsmenn vóru farnir avstað undir verndarhond. Egyptar hildu nú aftan á teir, allir hestar og hervagnar Fáraos, reiðmenn og allur herur hans; og teir fingu teir aftur har, ið teir høvdu sett búðir sínar við havið við Pi-Hákirot áraka Báal-Zefon. Tá ið nú Fárao nærkaðist, hevjaðu Ísraelsmenn eygu síni og sóu, at Egyptar eltu teir; tá vórðu Ísraelsmenn ógvuliga ræddir og rópaðu til Harrans; og teir søgdu við Móses: «Hví hevur tú gjørt hetta at føra okkum út úr Egyptalandi? Vóru ikki nóg nógvar gravir í Egyptalandi til okkara, at tú fekst okkum út higar í oyðimørkina at doyggja? Sannast nú ikki tað, sum vit søgdu við teg í Egyptalandi: «Far frá okkum! Vit vilja træla fyri Egyptar, tí at betri er okkum at træla fyri Egyptar enn at doyggja her í oyðimørkini!» Tá segði Móses við fólkið: «Óttist ikki, men standið stinnir, so skulu tit síggja frelsu Harrans, ið hann vil lata vera tykkum fyri í dag; tí at hesar Egyptar, sum tit síggja í dag, skulu tit ongantíð um ævir fáa aftur at síggja! Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar!» Tá segði Harrin við Móses: «Hví rópar tú til mín? Bjóða Ísraelsmonnum at halda longur fram. Og hav tú upp hond tína og rætt stav tín út yvir havið og klúgv tað sundur, so at Ísraelsmenn mega ganga turrskøddir beint yvir um havið! Sí, eg man herða hjørtu Egypta, so at teir halda aftan á teir, og tá skal eg sýna dýrd mína á Fárao og øllum heri hans, á hervagnum og reiðmonnum hans. Egyptar skulu fáa at sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg sýni dýrd mína á Fárao, á hervagnum og reiðmonnum hans!» Men eingil Guðs, ið hevði gingið undan herbúðum Ísraels, flutti seg nú og gekk aftan á teir; og skýstólpin, ið hevði verið fyri framman teir, flutti seg aftur um teir og kom ímillum herbúða Egypta og herbúða Ísraelsmanna; men skýggið breiddi út myrkur annan vegin og lýsti upp náttina hin vegin, og soleiðis komu hvørgir nær øðrum alla náttina. Men Móses rætti hond sína út yvir havið; og Harrin læt alla náttina koma storm av eystri, sum rak sjógvin burtur og gjørdi havið at turrlendi; og vøtnini klovnaðu sundur. Tá gingu Ísraelsmenn turrskøddir mitt ígjøgnum havið, meðan vøtnini stóðu sum veggir til høgru og vinstru handa á teimum. Egyptar, allir hestar Fáraos, allir hervagnar hans og reiðmenn hildu aftan á teir og eltu teir mitt út í havið. Men á morgunvøkuni leit Harrin út úr eld- og skýstólpanum yvir at herliði Egypta og loypti ekka á tað; og hann tók hjólini undan vagnum teirra og tálmaði ferð teirra. Tá søgdu Egyptar: «Latum okkum flýggja undan Ísraelsmonnum, tí at Harrin berjist við teimum móti Egyptum!» Men Harrin segði við Móses: «Rætt aftur hond tína út yvir havið, so skulu vøtnini falla aftur yvir Egyptar, yvir hervagnar og reiðmenn teirra!» Móses rætti tá hond sína út yvir havið; og í lýsingini fell vatnið aftur í farveg sín, beint meðan Egyptar komu flýggjandi ímóti tí; tá rak Harrin Egyptar mitt út í havið. Og vøtnini fullu aftur og huldu hervagnar og reiðmenn, allan her Fáraos, ið hevði elt teir út í havið; ikki ein teirra komst undan á lívi. Men Ísraelsmenn gingu turrskøddir mitt ígjøgnum havið, og vatnið stóð eins og veggur til høgru og vinstru handa á teimum. Soleiðis bjargaði Harrin tann dagin Ísrael úr hondum Egypta; og tá ið Ísraelsmenn sóu Egyptar liggja deyðar á sævarstrondini og sóu ta kraftargerð, ið Harrin hevði útint á Egyptum, tá óttaðist fólkið Harran og trúði á hann og á Móses tænara hans.
Ta ferðina sungu Móses og Ísraelsmenn Harranum henda lovsong og søgdu: «Eg vil lovsyngja Harranum, tí at hátt er hann hevjaður; hestum og reiðmonnum stoytti hann í havið niður! Harrin er styrki mín og lovsongur, og hann varð mær til frelsu; hann er Guð mín, og eg vil hálova honum, Guði faðirs míns, og eg vil tigna hann! Harrin er avrekskappi; Harrin er navn hans! Vagnar Fáraos og herlið hans rindaði hann í havið, og reystastu hetjur hans sukku í Havið Reyða. Undirdjúpið huldi teir, sum steinar teir sukku í havdýpið. Tín høgra hond, Harri, sýndi seg dýrmæta í kraft; tín høgra hond, Harri, smildraði fíggindan! Í tignarmátti tínum banar tú mótstøðumonnum tínum, tín óhefta vreiði oyðir teir eins og sáðir. Fyri andablástri tínum laðaðust vøtnini upp; bylgjurnar stóðu eins og veggur; undirdjúpið storknaði í miðjum havi. Fíggindin hugsaði: Eg skal elta teir og fáa teir aftur; skifta herfong og á teimum stilla vreiði mína; eg skal bregða brandi mínum; hond mín skal oyða teir! Tú blásti við anda tínum, so havið huldi teir; teir sukku eins og blýggj í hinum veldigu vøtnum. Hvør av gudum er sum tú, Harri? Hvør er sum tú dýrmætur í heilagleika, ræðuligur í kraftargerðum, øgiligur, tá ið undur tú gert! Tú rætti út tína høgru hond, jørðin gloypti teimum. Tú leiddi í miskunn tíni tað fólk, sum tú loysti, tú fylgdi teimum við mátti tínum til tín heilaga bústað. Tjóðirnar hoyrdu tað og skulvu, fjáltur kom á íbúgvar Filistalands. Tá titraðu ættarhøvdingar Edóms, nøtran kom yvir oddamenn Móabs; øllum íbúgvum Kánáanlands bilaði hugur og hjarta. Nøtran og angist kom yvir teir; fyri tínum máttmikla armi tagnaðu teir sum steinurin, til fólk títt, Harri, var komið yvirum, til tað fólk, sum tú vanst tær, var komið yvirum. Tú leiddi teir og setti teir niður á ognarfjalli tínum, har, sum tú búði tær bústað til, Harri, í halgidóminum, Harri, sum hendur tínar reistu. Harrin er kongur um aldur og allar ævir! Tí at tá ið hestar Fáraos og hervagnar og reiðmenn hans vóru komnir út í havið, læt Harrin vøtn havsins streyma aftur yvir teir; men Ísraelsmenn gingu turrskøddir mitt ígjøgnum havið. Tá tók Mirjam, profetkona, systir Árons, glymskál í hond; og allar konurnar komu aftan á hana við glymskálum og dansi. Og Mirjam skipaði hjá teimum og kvað: Syngið fyri Harranum, tí at hátt er hann hevjaður; hestum og reiðmonnum stoytti hann í havið! Síðan læt Móses fólkið halda ferðini frá Reyðahavinum; og tey fóru út í oyðimørkina Sjúr og reikaðu har um í oyðimørkini í tríggjar dagar uttan at finna nakað vatn. Tá komu teir til Mára; men teir kundu ikki drekka av vatninum har, av tí at tað var beiskt; tí eitur tann staður Mára. Tá meylaði fólkið inn á Móses og segði: «Hvat skulu vit drekka?» Hann rópaði tá til Harrans; og Harrin vísti honum á eitt træ; og tá ið hann blakaði tað í vatnið, varð vatnið drekkandi. Har skipaði hann teimum lóg og rætt; og har royndi hann tey. Og hann segði: «Lýður tú rødd Harrans, Guðs tíns, og gert tað, sum rætt er fyri honum, og lurtar eftir boðorðum hans og heldur allar fyriskipanir hans, tá skal eg onga av teimum sóttum leggja á teg, sum eg læt koma yvir Egyptar; tí at eg, Harrin, eri tann, ið grøðir teg.» Síðan komu teir til Elims; har vóru tólv vatnslindir og sjeyti pálmar; og teir settu búðir sínar har við vatnið.
Síðan hildu teir út úr Elim, og á fimtanda degi í øðrum mánaði, eftir at teir vóru farnir út úr Egyptalandi, kom allur savnaður Ísraels saman í oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai. Tá meylaði allur savnaður Ísraelsmanna inn á Móses og Áron í oyðimørkini. Og Ísraelsmenn søgdu við teir: «Gævi vit vóru deyðir fyri hond Harrans í Egyptalandi, har vit sótu um kjøtpottarnar og ótu okkum mettar; tí at tit hava leitt okkum út í hesa oyðimørk, til tess at lata alla hesa mannfjøld doyggja í hungri!» Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg vil lata regna breyð av himni niður til tykkara; og fólkið skal fara út hvønn dag og henta so mikið, sum teimum dagliga tørvar; soleiðis vil eg royna teir, um teir ganga eftir lóg míni ella ikki. Og tá ið teir sætta dagin tilreiða tað, sum teir hava borið heim, skal tað vera tvær ferðir so nógv, sum tað, ið teir hava savnað hinar dagarnar.» Tá søgdu Móses og Áron við allar Ísraelsmenn: «Í kvøld skulu tit viðurkenna, at tað er Harrin, ið hevur leitt tykkum út úr Egyptalandi; og í morgin skulu tit síggja dýrd Harrans, við tað at hann hevur hoyrt meylan tykkara inn á Harran; og hvat eru vit, at tit meyla inn á okkum?» Og Móses legði afturat: «Hetta skal bera á, tá ið Harrin gevur tykkum kjøt um kvøldið til matna og um morgunin breyð at metta tykkum við; tí at Harrin hevur hoyrt meylan tykkara, hvussu tit hava meylað inn á hann; tí at hvat eru vit? Ikki inn á okkum hava tit meylað, men inn á Harran!» Móses segði nú við Áron: «Sig við allan savnað Ísraelsmanna: Gangið fram fyri ásjón Harrans; tí at hann hevur hoyrt meylan tykkara!» Og tá ið Áron talaði hetta við allan savnað Ísraelsmanna, tá snúðust teir móti oyðimørkini, og sí, dýrd Harrans birtist í skýnum! Og Harrin talaði við Móses og segði: «Eg havi hoyrt meylan Ísraelsmanna; tala til teirra og sig: Um ljósatendring skulu tit eta kjøt og um morgunin metta tykkum við breyði; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð tykkara.» Tá ið tað nú var komið at kvøldi, kom flokkur av lynghønum dettandi niður og huldi búðirnar; og um morgunin dreiv døggin um búðirnar. Og tá ið mjørkin lætti í, sí, tá lá yvir oyðimørkini eitthvørt tunt og skurvut, tunt eins og mjøll á jørðini. Tá ið Ísraelsmenn sóu hetta, søgdu teir hvør við annan: «Hvat er hetta?» Tí at teir vistu ikki, hvat tað var; men Móses segði við teir: «Hetta er tað breyðið, sum Harrin gevur tykkum til føðslu. Og soleiðis hevur Harrin fyriskipað: Savnið av tí so nógv, sum hvørjum er tørvur á til matna, ein omer til mans; hvør tykkara skal henta eftir fólkatalinum í tjaldi sínum.» Ísraelsmenn gjørdu nú soleiðis og hentaðu saman, summir meira og summir minni. Og tá ið teir mettu tað í omermáti, tá hevði hann, sum hevði hentað nógv, ikki ov mikið, og hann, sum hevði hentað lítið, ikki ov lítið; hvør hentaði tað, sum honum tørvaði til matna. Tá segði Móses við teir: «Eingin má goyma nakað av tí til morgunin eftir!» Men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi; og summir teirra goymdu av tí til morgunin eftir; men maðkur kom í tað, so at tað dampaði. Tá reiddist Móses inn á teir. Soleiðis hentaðu teir nú hvønn morgun tað, sum hvørjum var tørvur á til matna; men tá ið sólin kom hægri upp, bráðnaði tað. Sætta dagin hentaðu teir tvífalt av breyði, tveir omer til mans; tá komu allir høvdingar savnaðarins og søgdu Mósesi frá hesum. Men hann segði við teir: «Hatta er beint tað, sum Harrin hevur sagt! Í morgin er hvíludagur, heilagur hvíludagur fyri Harranum; bakið tað, sum tit skulu baka, og sjóðið tað, sum tit skulu sjóða, men beinið burtur alt, sum loypur av, og goymið tykkum tað til morgins!» Soleiðis beindu teir tað burtur til morgunin eftir, eins og Móses hevði boðið; og tá dampaði tað ikki og var heldur ikki ormetið. Og Móses segði: «Í dag skulu tit eta hetta; tí at í dag er hvíludagur fyri Harranum; í dag finna tit einki á markini. Í seks dagar skulu tit henta, men sjeynda dagin er hvíludagur; tá verður einki at finna.» Kortini fóru nakrir av fólkinum út at henta sjeynda dagin, men funnu einki. Tá segði Harrin við Móses: «Hvussu leingi vilja tit berast undan at varðveita boðorð míni og lóg mína? Síggja tit! Harrin hevur givið tykkum hvíludagin; og tessvegna gevur hann tykkum á sætta degi breyð til tveir dagar. Tá skulu tit sita heima og eingin tykkara fara frá húsum á sjeynda degnum!» Tá hvíldi fólkið á hinum sjeynda degi. Ísraelsmenn nevndu tað manna; tað líktist hvítum koriandrafræi og smakkaði eins og hunangskøka. Og Móses segði: «Hetta er tað, sum Harrin beyð tykkum: Tit skulu fylla ein omer av tí og goyma eftirkomarum tykkara hann, til tess at teir mega síggja tað breyð, sum eg gav tykkum at eta í oyðimørkini, tá ið eg leiddi tykkum út úr Egyptalandi.» Síðan segði Móses við Áron: «Tak ker og lat upp í tað fullan omer av manna og set tað framman fyri ásjón Harrans í varðveitslu til eftirkomarar tykkara.» Og Áron tók ker, so sum Harrin hevði boðið Mósesi, og setti tað í varðveitslu framman fyri vitnisburðinum. Men Ísraelsmenn ótu manna í fjøruti ár, til teir komu inn í bygt land; teir ótu manna, til teir komu at marki Kánáanlands. Ein omer er tíggjundi partur av eini efu.
Síðan helt allur savnaður Ísraelsmanna út úr oyðimørkini Sin og helt áfram við steðgum av og á, eins og Harrin hevði boðið; men tá ið tey settu upp herbúðir í Refidim, hevði fólkið einki vatn at drekka. Tá klandraðist fólkið við Móses og segði: «Gev okkum vatn at drekka!» Men Móses svaraði teimum: «Hví klandrast tit við meg? Hví freista tit Harran?» Men fólkið tysti eftir vatni, meylaði inn á Móses og segði: «Hví leiddi tú okkum úr Egyptalandi til tess at lata okkum og børn okkara og fenað doyggja í tosta?» Tá rópaði Móses til Harrans og segði: «Hvat skal eg gera við hetta fólk? Tað vantar lítið í, at teir grýta meg við gróti!» Men Harrin svaraði Mósesi: «Gakk fram fyri fólkið; tak nakrar av hinum elstu í Ísrael við tær og hav í hond tíni stav tann, sum tú slóst á Nílánna við, og far so avstað! Sí, eg skal standa framman fyri tær har á klettinum við Hóreb; tá ið tú slært á klettin, skal vatn spretta fram, so at fólkið fær at drekka.» Móses gjørdi nú soleiðis, meðan hinir elstu í Ísrael vóru hjástaddir. Og hann nevndi staðin Massa og Meriba, av tí at har høvdu Ísraelsmenn klandrast og freistað Harran við at siga: «Man nú Harrin vera okkara millum ella ikki?» Síðan komu Ámalekitar at stríðast ímóti Ísrael í Refidim. Tá segði Móses við Jósva: «Kjósa tær menn og halt í bardagar við Ámalekitar; so skal eg í morgin standa dygst uppi á heygnum við stavi Guðs í hondini!» Jósva gjørdi tá, eins og Móses hevði sagt honum, og fór í bardaga við Ámalekitar, men Móses, Áron og Hur gingu dygst niðan á heyggin. Tá bar so á, at hvørja ferð Móses hevði upp hendur sínar, vóru Ísraelsmenn við yvirlutan, men hvørja ferð hann læt hendurnar síga, vóru Ámalekitar við yvirlutan. Og tá ið Móses møddist í hondunum, skúgvaðu teir stein inn undir hann; hann settist á hann; og Áron og Hur styðjaðu hendur hansara hvør sínumegin hann. Soleiðis vóru hendur hans upplyftar, alt til sól fór til viða. Og Jósva jarðlegði Ámalek og herlið hansara við svørði. Tá segði Harrin við Móses: «Rita hetta í bók til áminningar og prenta tað í minnið á Jósva, tí at eg vil oyða av minnið um Ámalek undir himni!» Síðan reisti Móses altar og nevndi tað «Harrin er hermerki mítt.» Og hann segði: «Frá hásæti Harrans er útrætt hond; ætt eftir ætt berjist Harrin við Ámalek.»
Men tá ið Jetro, prestur í Midian, verfaðir Mósesar, hoyrdi um alt, sum Guð hevði gjørt fyri Móses og Ísrael, fólk sítt, hvussu Harrin hevði leitt Ísrael út úr Egyptalandi, tá tók Jetro, verfaðir Mósesar, Zipporu, konu Mósesar, sum hann hevði sent heim aftur, og báðar synir hansara; annar teirra æt Gersjom, tí at hann hevði sagt: «Eg eri útiseti í fremmandum landi;» og hin æt Eliezar, tí at hann hevði sagt: «Guð faðirs míns er hjálp mín, og hann hevur bjargað mær undan svørði Fáraos;» og Jetro, verfaðir Mósesar, kom til Mósesar við sonum og konu hansara út í oyðimørkina, har ið hann hevði herbúðir sínar við fjall Guðs, og læt bera Mósesi hesi tíðindi: «Jetro, verfaðir tín, er komin til tín við konu tíni og báðum sonum hennara.» Móses fór tá út ímóti verfaðir sínum, lútaði honum og kysti hann; og tá ið teir høvdu heilsast, gingu teir inn í tjaldið. Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið Harrin hevði gjørt Fárao og Egyptum fyri Ísraels sakir, frá øllum treytum, ið teimum høvdu verið fyri á ferðini, og hvussu Harrin hevði bjargað teimum. Tá gleddist Jetro yvir alt tað góða, sum Harrin hevði gjørt Ísrael, við tað at hann hevði bjargað teimum úr hondum Egypta. Og Jetro segði: «Lovaður veri Harrin, ið bjargaði tykkum úr hondum Egypta og úr hondum Fáraos! Nú veit eg, at Harrin ber av øllum gudum, tí at hann hevur bjargað fólkinum úr hondum Egypta, stuðlaður til tess av dramblæti teirra móti Ísraelsmonnum!» Jetro, verfaðir Mósesar, bar nú fram brennioffur og sláturoffur Guði til handa; og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð saman við verfaðir Mósesar fyri ásjón Guðs. Morgunin eftir settist Móses at skipa fólkinum rætt; og fólkið stóð frammi fyri honum frá morgni til myrkurs. Men tá ið verfaðir Mósesar sá alt tað strev, ið Móses hevði við fólkinum, segði hann: «Hvat er hetta fyri strev, sum tú hevur við fólkinum? Hví situr tú einsamallur og dømir, meðan alt fólkið stendur frammi fyri tær frá morgni til myrkurs?» Móses svaraði verfaðir sínum: «Jú, fólkið kemur til mín til tess at leita ráð við Guð. Og hvørja ferð teir hava kærumál sín ámillum, koma teir á fund við meg; og tá dømi eg teirra millum og kenni teimum fyriskipanir Guðs og lógir hans.» Men verfaðir Mósesar segði við hann: «Hetta fer ikki at bera til, sum tú gert; á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú og fólkið, sum við tær er; hetta er ov nógv strev fyri teg, tí tú fært ikki gjørt hetta einsamallur. Men lurta nú eftir mær, so skal eg leggja tær ráð, og Guð skal vera við tær: Tú skalt sjálvur fólksins vegna ganga fram fyri Guð og bera sakarmál teirra fram fyri hann; og tú skalt kenna teimum skipanirnar og lógir og kunngera teimum vegin, sum teir skulu ganga, og tað, sum teir eiga at gera. Men tú skalt kjósa tær úr øllum fólkinum dugandi menn, ið óttast Guð, og rættlátar menn, ið hata órættvísan vinning, og teir skalt tú skipa høvdingar yvir teimum, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju. Teir skulu javnan mæla fólkinum lógskil, soleiðis at teir við øllum hinum størru málum skulu koma til tín, men í smærri málum skulu teir sjálvir døma; soleiðis skalt tú lata teir dugna tær hond og lætta um strev títt. Gert tú hetta, og Guð vil tað soleiðis, tá skalt tú ikki lúgvast, og alt hetta fólk fara heim til sín sjálvs í øllum góðum.» Móses lýddi orðum verfaðirs síns og gjørdi alt, sum hann hevði sagt; hann kjósaði sær dugandi menn av øllum Ísrael og skipaði teir høvdingar yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju; teir mæltu tá alsamt fólkinum lógskil; hini torføru málini løgdu teir fram fyri Móses, og í øllum smærri málum dømdu teir sjálvir. Síðan skildist Móses við verfaðir sín, og hann fór heim aftur í land sítt.
Í triðja mánaði eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, á hesum degi komu teir í Sinai oyðimørk. Teir hildu úr Refidim og komu í Sinai oyðimørk og settu herbúðir sínar í oyðimørkini; og Ísrael setti herbúðirnar áraka fjallið; men Móses fór niðan til Guðs; tá rópaði Harrin til hansara av fjallinum og segði: «So skalt tú siga við Jákups ætt og kunngera Ísraelsmonnum: Tit hava sjálvir sæð, hvat eg havi gjørt Egyptum, og hvussu eg havi borið tykkum á arnarveingjum og leitt tykkum higar til mín. Um tit nú vilja lýða rødd míni og halda sáttmála mín, so skulu tit vera ogn mín fram um allar tjóðir, tí at mín er øll jørðin. Og tit skulu vera mær prestaríki og heilag tjóð! Hetta eru tey orð, ið tú skalt mæla við Ísraelsmenn.» Tá ið Móses kom oman aftur, stevndi hann til sín hinum elstu fólksins og kunngjørdi teimum alt, ið Harrin hevði boðið honum. Og alt fólkið svaraði og segði: «Vit vilja gera alt, ið Harrin hevur sagt!» Tá flutti Móses Harranum aftur orð fólksins. Og Harrin segði við Móses: «Sí, eg vil koma til tín í dimmum skýggi, so at fólkið má hoyra meg tala við teg og trúgva eisini á teg um ævir.» Síðan flutti Móses Harranum orð fólksins aftur. Tá segði Harrin við Móses: «Far til fólkið og lat teir halga seg í dag og í morgin og tváa klæði síni og vera búnar á triðja degi, tí at á triðja degi skal Harrin stíga oman á Sinai fjall fyri alra manna eygum. Men tú skalt seta upp mark alt í kring fyri fólkinum og siga: «Varið tykkum fyri at fara niðan á fjallið, ja, fyri at nerta við undirlendi tess; hvør, ið nertur við fjallið, skal vissuliga týna lívið. Eingin hond má nerta við hann, men hann skal verða grýttur við gróti ella skotin til bana; hvørt tað er djór ella maður, skal tað týna lívið. Tá ið so veðrahornið gellir, skulu teir fara niðan á fjallið.» Síðan fór Móses oman av fjallinum til fólkið, og hann læt fólkið halga seg og tváa klæði síni. Og hann segði við fólkið: «Verið búnir triðja dagin og komið tess ámillum ikki nær nakrari konu!» Triðja dagin í lýsingini legðist eitt tjúkt skýggj á fjallið við toruslátti og snarljósum; og hin harðasti lúðrablástur gelti, so at alt fólkið í búðunum nøtraði. Tá leiddi Móses fólkið út úr búðunum til at møta Guði; og tey tóku støðu undir fjallinum. Og alt Sinai fjall var hult í royki, av tí at Harrin steig niður á tað í eldi; roykurin stóð upp úr tí eins og roykurin úr bræðsluovni; og alt fjallið skalv. Lúðraljómurin harðnaði nú í hvørjum; Móses talaði, og Guð svaraði honum við harðari rødd. Tá ið Harrin var stigin niður á Sinai fjall, niður á fjallatindin, rópaði hann Móses niðan á fjallatindin. Tá fór Móses niðan. Og Harrin segði við Móses: «Far oman og legg fólkinum dýran við ikki at skotra seg fram, so at tey síggja Harran, og soleiðis fjøldin av teimum ferst. Eisini prestarnir, sum annars nærkast Harranum, skulu halga seg, til tess at Harrin ikki brýtur skarð í manngarð teirra.» Men Móses segði við Harran: «Fólkið má jú ikki koma niðan á Sinai fjall, tí at tú hevur sjálvur lagt okkum dýran við og sagt: Setið mark kring um fjallið og halgið tað!» Tá segði Harrin við hann: «Far nú oman og hav Áron niðan aftur við tær; men prestarnir og fólkið mega ikki troðka seg niðan móti Harranum, so at hann ikki brýtur skarð í manngarð teirra!» Móses gekk tá oman til fólkið og segði teimum hetta.
Hesar eru tær lógir, sum tú skalt leggja fyri fólkið: Tá ið tú keypir hebráiskan træl, skal hann tæna tær í seks ár, men á sjeynda skalt tú geva honum frælsi uttan samsýning. Kom hann einsamallur, skal hann fara burtur aftur einsamallur; men hevði hann konu, skal konan fara við honum. Hevur húsbóndi hansara fingið honum konu, og hon føðir honum synir ella døtur, tá skulu konan og børn hennara hoyra húsbónda hennara til; og hann skal fara einsamallur burtur. Men um trælurin sigur: «Eg eri vorðin góður við húsbónda mín, konu mína og børn míni, eg leggi einki í frælsið, tá skal húsbóndi hansara leiða hann fram fyri Guð og lata hann standa upp við hurðini ella upp við durastavinum; og húsbóndi hansara skal renna sýl ígjøgnum oyra hansara; og skal hann tá tæna honum alla ævi sína. Tá ið maður selur dóttur sína sum trælkonu, skal hon ikki verða fræls aftur á sama hátt sum trælirnir. Og mistykkir hon húsbónda sínum, ið hevði ætlað sær hana, tá skal hann loyva, at hon verður loyst; ikki má hann hava vald at selja fremmandum fólki hana, eftir at hann hevur svikið hana. Men ætlar hann syni sínum hana, tá skal hann fara við henni eins og við dóttur síni. Og tekur hann sær konu afturat, tá eigur hann ikki at skerða vistir ella klædna- ella hjúnalagsrætt hennar. Veitir hann henni ikki rætt í hesum trimum, tá er henni loyvt at fara burtur ókeypis uttan samsýning. Hvør, ið slær mann, so at hann doyr, skal týna lívið; og var tað ikki ætlan hans, men Guð læt hann koma fyri hond hansara, tá gevi eg tær griðstað, sum hann kann flýggja til. Men um einhvør drambsligur drepur næsta sín við svikum, tá skalt tú taka hann, um tað so er frá altari mínum, og drepa hann. Tann, ið slær faðir sín og móður sína, skal týna lívið. Tann, ið stjelur mann, skal týna lívið, hvørt hann hevur selt hann, ella hann verður funnin hjá honum. Tann, ið biður ilt yvir faðir og móður, skal týna lívið. Um tveir menn fara at klandrast, og annar slær hin við steini ella neva, so at hann verður rekkjulagstur, men uttan at fáa deyðamein, tá skal hann, ið sló, vera reinur, um hin kemur aftur á føtur og fær gingið úti við stavi; men hann skal endurgjalda honum tíðarspell og heilsubótarkostnað. Slær maður træl sín ella trælkonu sína við stavi, so at tey doyggja fyri hond hansara, tá skal tað verða hevnt honum aftur; men verða tey ein ella tveir dagar á lívi, skal tað ikki verða hevnt honum aftur, tí at tey vóru jú ogn hansara. Rúka menn saman og koma undir konu, sum er við barn, so at hon hittir reis, men einki annað mein fær, tá skal hann bøta tað, sum maður konunnar leggur á hann, og gjalda fyri tað deyðfødda barnið. Men stendst av tí mein, tá skalt tú lata lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót, brunamerki fyri brunamerki, sár fyri sár, skeinu fyri skeinu. Slær maður eyga út á træli ella trælkvendi sínum, so at tað verður løstað, tá skal hann geva teimum frælsið aftur fyri eyga teirra. Slær hann tonn út á træli ella trælkvendi sínum, tá skal hann geva teimum frælsið aftur fyri tonn teirra. Stangar oksi mann ella konu til bana, tá skal oksin verða grýttur við gróti, og kjøtið av honum ikki verða etið, men ánari oksans skal vera sakarleysur. Men hevði oksin áður verið mannúlvur, og ánarin hevði verið varaður við, men kortini ikki goymt at oksanum, so at hann varð manni ella konu at bana, tá skal oksin verða grýttur við gróti og ánarin týna lívið; men verður bót honum áløgd, tá skal hann loysa seg undan bana við so miklum fæ, sum lagt verður á hann. Hvørt tað er sonurin ella dóttirin, ið stangað verða, skal verða farið við honum eftir hesum løgmáli. Stangar oksin træl ella trælkvendi, tá skal ánarin gjalda húsbónda teirra tríati siklar í silvuri og oksin verða grýttur við gróti. Letur maður brunn standa opnan ella grevur brunn og leggur ikki yvir hann, so at oksi ella asni dettur í hann, tá skal ánari brunsins bøta; hann skal endurgjalda honum, ið djórini átti, men sjálvur hava tað deyða djórið. Tá ið oksi stangar annars mans oksa at bana, tá skulu teir selja oksan, ið eftir livir, og býta virðið fyri hann sín ámillum; eisini hin deyða oksan skulu teir býta sín ámillum. Men hevði ánarin frammanundan verið varaður við, at oksin var mannúlvur, og kortini ikki goymt at honum, tá skal hann samsýna oksa fyri oksa, men sjálvur hava hin deyða oksan.
Stjelur maður oksa ella seyð og slátrar ella selur tey, tá skal hann gjalda fimm oksar aftur fyri oksan og fýra seyðir aftur fyri seyðin. Kemur maður fram á tjóv, ið brýtur inn á nátt, og slær hann til bana, tá skal hann ikki vera blóðsekur; men er sólin komin undan, tá skal hann vera blóðsekur; tjóvurin eigur at bøta, og hevur hann einki at bøta við, skal hann verða seldur sum endurgjald fyri tað, ið hann hevur stolið. Verður hitt stolna funnið á lívi hjá honum, hvørt tað er oksi, asni ella seyður, skal hann rinda tað tvífalt aftur. Tá ið maður beitir akur og víngarð sín og letur fenað sín ganga leysan, so at hann fer inn á annars mans akur, tá skal hann samsýna tað við tí besta av akri og víngarði sínum. Kveikist eldur og kemur í tornir, so at hann brennir bundi og óskorið korn, og bøur verður avsviðin, tá skal hann, sum kveikti eldin, rinda aftur fullar bøtur. Gevur maður øðrum manni silvur ella leysafæ í varðveitslu, og tað verður stolið úr húsi hans, tá skal tjóvurin, um hann verður tikin, samsýna tað tvífalt. Men verður tjóvurin ikki funnin, skal húseigarin ganga fram fyri Guð og svørja, at hann ikki hevur lagt hond á annars mans ognir. Fer einhvør við falsi viðvíkjandi oksa, asna, seyði, klæðum ella hvørjum tað so er, ið burturkomið er, og vil kanna sær tað til, tá skal málið hjá báðum koma fram fyri Guð; og tann, sum Guð dømir sekan, skal samsýna hinum tvífalt. Letur maður øðrum manni asna, oksa, seyð ella okkurt annað djór í varðveitslu, og tað doyr, fær mein ella verður rænt, uttan at nakar sær, tá skal hann svørja við Harran, at hann hevur ikki lagt hond á annars mans ognir, og hetta skal vera nóg mikið teirra millum; ánari djórsins skal fulltaka eiðin teirra millum og hin sleppa undan bót. Men verður djórið stolið frá honum, skal hann samsýna ánara tess. Verður tað sundurskrætt, skal hann flyta honum tað sum sannprógv; tað sundurskrædda skal hann ikki samsýna. Hevur maður lænt eitthvørt djór frá øðrum manni, og tað fær mein ella doyr, meðan ánari tess ikki er hjástaddur, tá skal hann lata fullar bøtur; men er ánari tess hjástaddur, skal hann einki bøta; tað virði, sum leigarin hevði givið í leigu, skal vera bót. Girnast maður moyggj, sum ikki er trúlovað øðrum manni, og legst hjá henni, tá skal hann greiða mund og taka hana til konu. Men vil faðir hennara ikki gifta honum hana, skal hann í silvuri greiða honum bøtur, ið samsvara moyggjarmundi. Ikki skalt tú lata gandakelling vera á lívi. Hvør, ið hevur samlegu við djór, skal týna lívið. Hvør, ið ofrar øðrum gudum enn Harranum eina, skal verða bannførdur. Útisetan mást tú ikki níva ella gera teg inná, tí at tit vóru sjálv útisetar í Egyptalandi. Einkjur og faðirloysingar skulu tit ikki órætta. Tí at órætta tit tey, skal eg vissuliga bønhoyra tey, tá ið tey rópa av neyð til mín. Bræði mín skal brenna; og eg skal drepa tykkum við svørði og lata konur tykkara verða einkjur og børn tykkara faðirloysingar. Lænir tú onkrum fátækum av fólki mínum í grannalag tínum silvur, skalt tú ikki vera honum eins og okrari; tit skulu ikki taka leigu av honum. Letur tú næsta tín veðseta tær skikkju sína, skalt tú fáa honum hana aftur, áður enn sól fer til viða; tí at skikkjan er einasta plagg hansara, sum hann kann hylja likam sítt við; hvat annað skal hann hava yvir sær, tá ið hann fer til hvíldar? Og tá ið hann rópar til mín, vil eg bønhoyra hann; tí at eg eri miskunnsamur. Guð mást tú ikki lítilsvirða og ikki biðja ilt yvir høvdingan fyri fólki tínum. Tú mást ikki drála við at geva mær av tí, sum fyllir treskivøll og flýtur av vínfargi; hinar frumgitnu synir tínar skalt tú geva mær. Tað sama skalt tú gera við stórdýr og smalur tínar; í sjey dagar skulu frumburðirnir verða hjá móður síni, men áttanda dagin skalt tú geva mær teir. Tit skulu vera mær heilagir menn; kjøt av djórum, ið skrødd eru sundur á víðavangi, skulu tit ikki eta, men tveita tað fyri hundarnar.
Tú mást ikki ganga um við sleyi. Styðja ikki hann, ið órætt hevur, so at tú við vitnisburði tínum elvir yvirgangsverk. Lat ikki fjøldina leiða teg út í tað illa. Eigur tú at svara í sakarmáli, tá rong ikki rættin til tess at gera fjøldini eftir vild. Í sakarmáli mást tú ikki gera mannamun, tó at maður er fátækur. Kemur tú fram á oksa fígginda tíns ella asna hans, ið vilstir eru, tá skalt tú beina teimum aftur til hansara. Sært tú asna fígginda tíns liggja avveltan undir klyv síni, mást tú ikki fara frá honum, nei, tú skalt hjálpa manninum at fáa hann aftur á føtur. Tú mást ikki reingja rættin fyri hinum fátæka tjóðfelaga tínum í sakarmáli hans. Hav teg langt burtur frá órættvísum máli; og bana ikki hinum sakleysa og honum, ið rætt hevur; tí at eg rættvísgeri ikki hann, ið órætt hevur. Tak ikki við mutri, tí at mutur blindar hin væl skygda og fløkir mál hins rættláta. Kúga ikki útisetan; tit vita, hvussu tað finst at vera útiseti, tí at tit hava sjálvir verið útisetar í Egyptalandi. Í seks ár skalt tú sáa jørð tína og bera inn grøði hennara, men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja fyri einki, til tess at fátæku tjóðfelagar tínir mega fáa at eta; og tað, sum teir lata vera eftir, kunnu villdjórini á bønum eta. Soleiðis skalt tú bera teg at bæði við víngarði og oljutrøum tínum. Í seks dagar skalt tú verk títt vinna, men sjeynda dagin skalt tú halda hvíludag, til tess at oksi tín og asni mega hvíla seg og hústrælur tín og útisetin fáa andað. Alt, sum eg bjóði tykkum, skulu tit halda; tit skulu ikki nevna aðrar gudar; ikki taka teir upp á tungu! Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda mær hátíð. Hátíð hinna ósúrgaðu breyða skalt tú halda; eins og eg beyð tær, skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð ta ásettu tíð í ábib mánaði, tí at tá fóru tit út úr Egyptalandi. Eingin má koma tómhentur fram fyri ásjón mína; og somuleiðis hveitiskurðarhátíðina, tá ið tú skert frumgróðurin av øllum verki tínum, sum tú sáaði í veltu tína; og aldinhøgtíðina um árslok, tá ið tú hevur flutt úrtøkuna av verki tínum heim úr bønum. Tríggjar ferðir um árið skal alt kallkyn títt koma fram fyri Harran, drottin. Ikki mást tú ofra blóðið av sláturofri mínum saman við ósúrgaðum breyði; og tað feita av hátíðarofri mínum má ikki verða liggjandi til næsta morgun. Tað fyrsta, frumgróðurin av jørð tíni, skalt tú bera inn í hús Harrans, Guðs tíns. Tú mást ikki sjóða geitarlamb í mjólk undan móður síni. Sí, eg sendi eingil mín undan tær til at varðveita teg á ferðini og leiða teg á tann stað, sum eg havi ætlað tær. Vara teg fyri honum og lýð rødd hans; rís ikki upp ímóti honum; hann vil ikki fyrigeva misbrot tykkara, tí at navn mítt er í honum. Lýðir tú rødd hans og gert alt, sum eg sigi, tá skal eg vera fíggindi fígginda tína og mótstøðumaður mótstøðumanna tína. Ja, eingil mín skal ganga undan tær og leiða teg til Ámorita, Hetita, Perezita, Kánáanita, Hivita og Jebusita; og eg skal avoyða teir. Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra og ikki hátta tær eftir siðum teirra; nei, tú skalt sorla gudamyndir teirra og smildra steinsúlur teirra. Tit skulu tæna Harranum, Guði tykkara, tá vil eg vælsigna breyð títt og vatn og reka allar sóttir frá tær. Eingin barnskotin og eingin óburin kvinna skal finnast í landi tínum; og tú skalt slíta fullan aldur. Ræðslu mína man eg senda undan tær og loypa ekka á allar tær tjóðir, ið tú kemur til; og eg man lata fíggindar tínar flýggja undan tær. Eg vil senda eiturflugur undan tær; og tær skulu reka Hivitar, Kánáanitar og Hetitar undan tær. Tó vil eg ikki reka teir burtur fyri tær eftir einum ári, so at landið ikki verður oyði, og villdjórini verða tær ov nógv. So við og við vil eg reka teir undan tær, til tú verður so fjølmentur, at tú kanst ogna tær landið. Landamark tíni vil eg lata røkka frá Reyðahavinum og alt at havi Filista, frá oyðimørkini alt at stóránni; tí at eg gevi íbúgvar landsins upp í tykkara hendur, og tú skalt reka teir undan tær. Ikki mást tú gera sáttmála við teir ella við gudar teirra. Teir skulu ikki verða búgvandi í landi tínum, tí at tá kundu teir tølað teg til at synda ímóti mær og til at dýrka gudar sínar, so at tað verður tær at snerru.
Og hann segði við Móses: «Komið niðan til Harran, tú og Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael og tilbiðið fjarstaddir. Móses eina má nærkast Harranum, ikki hinir; og fólkið má heldur ikki koma niðan við honum.» Tá ið Móses kom aftur og kunngjørdi fólkinum øll orð Harrans og allar skipanirnar, svaraði alt fólkið við einari rødd og segði: «Øll boð Harrans vilja vit halda!» Tá skrivaði Móses orð Harrans niður; og snimma morgunin eftir reisti hann altar undir fjallinum og tólv steinsúlur eftir Ísraels tólv ættargreinum. Síðan sendi hann ungar Ísraelitar at frambera Harranum brennioffur og slátra tarvar sum takkaroffur. Móses tók helmingin av blóðinum og læt tað upp í offurbollarnar, men hin helmingin støkti hann upp á altarið. So tók hann sáttmálabókina og las upp fyri fólkinum; og teir svaraðu: «Alt, sum Harrin sigur, vilja vit gera og lýða honum!» Móses tók nú blóðið og støkti á fólkið og segði: «Sí, hetta er blóð sáttmála tess, ið Harrin hevur gjørt við tykkum og grundaður er á øllum hesum orðum! Síðan fóru teir niðan, Móses, Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael; og har sóu teir Ísraels Guð; undir fótum hans var eins og pallur av saffirhellum, ljómandi eins og himinin sjálvur. Men hann legði ikki hond á Ísraels mætastu menn; teir sóu Guð og ótu og drukku. Og Harrin segði við Móses: «Kom niðan á fjallið til mín og verð har, so skal eg geva tær steintalvurnar, lógina og boðini, sum eg havi skrivað til tess at geva teimum leiðbeining.» So fóru teir avstað, Móses og Jósva, tænari hans; og Móses fór niðan á fjall Guðs. Men við hinar elstu segði hann: «Bíðið her, til vit koma aftur til tykkara; tit hava Áron og Hur hjá tykkum, so at um einhvør hevur mál at kæra, kann hann snúgva sær til teirra!» Móses fór tá niðan á fjallið; men skýggið huldi fjallið; og dýrd Harrans legði seg á Sinai fjall; og tá ið skýggið hevði hult tað í seks dagar, rópaði Harrin hin sjeynda dagin á Móses út úr miðjum skýggi; men fyri Ísraelsmonnum var dýrd Harrans á at líta sum oyðandi eldur dygst uppi á fjallinum. Tá fór Móses mitt inn í skýggið og gekk upp á fjallið; og Móses var uppi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur.
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu veita mær avskurð; av hvørjum manni, sum av fúsum huga vil geva, skulu tit taka við avskurði til mín. Og hetta er tað, ið tit skulu taka í avskurð av teimum: Gull, silvur og kopar, blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitahár, reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn, ákásiutrø, olju á ljósastakan, kryddurtir til salvingarolju og angandi roykilsi, sjóhamsteinar og gimsteinar at seta akulin og bringuskjøldurin við. Og tú skalt tilbúgva mær halgidóm, so at eg má búgva tykkara millum; í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær. Tú skalt gera ørk av ákásiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga. Tú skalt leggja hana við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú leggja hana við gulli; og kring um hana skalt tú seta brúnaborð av gulli. Og tú skalt stoypa henni fýra ringar av gulli og festa teir á fýra føtur hennara, so at teir verða tveir hvørjumegin; síðan skalt tú gera stengur av ákásiuviði og leggja tær við gulli og seta stengurnar í ringarnar báðumegin ørkina, til tess at bera hana við teimum; stengurnar skulu vera í ringum arkarinnar og mega aldrin verða tiknar úr teimum. Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. Og tú skalt gera sáttarlok av skírum gulli, hálvatriðju alin langt og hálvaaðru alin breitt. Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli, av einlistum skalt tú gera teir, ein á hvørjum enda sáttarloksins; annan kerúbin skalt tú seta á annan endan og hin kerúbin á hin endan; tú skalt gera báðar kerúbarnar áfastar við sáttarlokið hvønn á sín endan. Kerúbarnir skulu breiða veingirnar út uppeftir, so at teir við veingjum sínum hylja út yvir sáttarlokið; og andlit kerúbanna skulu horva hvørt ímóti øðrum inn yvir sáttarlokið. Og tú skalt leggja sáttarlokið oman yvir ørkina; og niður í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. Har skal eg koma á fund við teg; og út frá sáttarlokinum millum báðar kerúbarnar, sum eru á vitnisburðarørkini, skal eg kunngera tær øll tey boð, ið tú skalt flyta Ísraelsmonnum. Framvegis skalt tú gera borð av ákásiuviði, tvær alnir langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt. Tú skalt leggja tað við skírum gulli, og kring tað skalt tú gera brúnaborð av gulli. Og tú skalt gera kring tað tvørrimar eina løgd breiðar og kring tvørrimarnar brún av gulli. Síðan skalt tú gera fýra ringar av gulli, sum tú skalt festa í tey fýra hornini, ið eru við hini fýra bein tess. Uppi við tvørrimarnar skulu ringarnir verða festir til at koyra stengurnar ígjøgnum til tess at bera borðið. Stengurnar skalt tú gera av ákásiuviði og leggja tær við gulli, og við teimum skal borðið verða borið. Síðan skalt tú gera tey ílát, ið borðinum hoyra til, og offurbollar, ker og skálir, ið nýtt verða til at úthella droypioffur, av skírum gulli skalt tú gera hetta. Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi frammi fyri mær. Og tú skalt gera ljósastaka av skírum gulli; av einlistum skalt tú gera ljósastakan; føtur hans og leggir, blómbikar, knappar og leyvkrúnur skal alt verða gjørt úr einum. Út frá ljósastakanum skulu teir seks leggir hans ganga, tríggir út frá aðrari lið hans og tríggir út frá hinari. Á hvørjum leggi, sum gongur út frá ljósastakanum, skulu vera tríggjar blómur í mandlublómulíki, við knøppum og leyvkrúnum; men á sjálvum stakanum skulu vera fýra blómur í mandlublómulíki við knøppum og leyvkrúnum, soleiðis at ein knappur verður undir hvørjum pari av leggjum, ið ganga út frá ljósastakanum. Knappar og leggir skulu vera gjørdir í einum við ljósastakan; alt av einlistum og av skírum gulli. Og tú skalt gera lampur hansara sjey og seta tær upp, soleiðis at tær lýsa upp rúmið fyri framman honum. Ljósasaksar og skarpannur, ið ljósastakanum hoyra til, skulu vera av skírum gulli. Av einari talent í skírum gulli skalt tú gera ljósastakan og allar hesar lutir. Men síggj so til, at tú gert hann eftir teirri fyrimynd, ið tær varð sýnd á fjallinum!
Tjaldtemplið skalt tú gera úr tíggju tjalddúkum, ið vovnir eru av egyptiskum tvinnaðum líni, bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki, listvevnaður við myndum av kerúbum í. Hvør tjalddúkurin skal vera tjúgu og átta alnir langur og fýra alnir breiður; javnstórir skulu tjalddúkarnir vera. Fimm tjalddúkar skulu tengjast saman hvør við annan og somuleiðis hinir fimm. Og tú skalt seta lykkjur av bláum purpuri eftir rondini á ytsta tjalddúki í øðrum samantengda dúkinum og somuleiðis lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki í hinum samantengda dúkinum. Fimmti lykkjur skalt tú seta eftir rondini á hvørjum av teimum samantengdu tjalddúkunum, soleiðis at lykkjurnar sita hvør áraka aðra. Síðan skalt tú gera fimmti gullkrókar og við teimum tengja tjalddúkarnar saman, so at tjaldtemplið verður ein heild. Tú skalt eisini gera tjalddúkar av geitaull til at tjalda yvir tjaldtemplið við; ellivu tílíkar tjalddúkar skalt tú gera; hvør teirra skal vera tríati alnir langur og fýra alnir breiður; allir dúkarnir javnstórir. Fimm tjalddúkar skalt tú tengja saman fyri seg og seks tjalddúkar fyri seg, men hin sætta tjalddúkin, ið skal liggja frammantil á tjaldinum, skalt tú leggja tvífaldan. Og tú skalt seta fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki hins eina samantengda dúks og somuleiðis fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki hins annars samantengda dúks og gera fimmti koparkrókar, sum tú skalt krøkja í lykkjurnar og soleiðis tengja tjaldið saman, at tað verður ein heild. Men av tí, sum av geitahárstjalddúkinum loypur av, skal helmingurin hanga niður aftantil á tjaldtemplinum. Og tann alinin av geitahárstjalddúkinum, sum eftir longdini báðumegin loypur av, skal hanga niður báðumegin tjaldtemplið til tess at líva tí. Framvegis skalt tú yvir tjaldið leggja tak av reyðlittum veðraskinnum; og aftur omaná tað tak av sækúgvaskinnum. Og tú skalt av ákásiuviði gera tiljuborð á tjaldtemplinum; tey skulu standa upp og niður; og hvørt borðið skal vera tíggju alnir langt og hálvaaðru alin breitt. Á hvørjum borði skulu vera tvær sameindar stellingar; og soleiðis skalt tú gera á øllum borðum tjaldtempulsins. Á tjaldtemplinum skalt tú gera tjúgu borð á suðursíðuni; undir tey tjúgu borðini skalt tú gera fjøruti undirstabbar av silvuri; tveir undirstabbar fyri báðar stellingarnar undir hvørjum borði; og somuleiðis skulu tjúgu borð gerast í norðursíðu tjaldtempulsins, og undir teimum fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undirstabbar undir hvørjum borði. Og aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan skalt tú gera seks borð. Og úti við hornini aftantil á tjaldtemplinum skalt tú gera tvey borð, ið skulu vera tvíføld í neðra og alt upp at fyrsta ringi í erva; á henda hátt skulu bæði borðini vera á báðum hornunum. Og soleiðis verða fyri vestan átta borð við sínum sekstan undirstabbum av silvuri, tveimum undir hvørjum borði. Síðan skalt tú á borðini øðrumegin á tjaldtemplinum festa fimm tvørtrø av ákásiuviði og somuleiðis á borðini hinumegin tjaldtemplið fimm tvørtrø av ákásiuviði; og á borðini aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan fimm tvørtrø. Miðtvørtræið skal ganga tvørturum eftir miðjum borðum frá øðrum enda veggjarins at hinum. Og tú skalt leggja borðini við gulli og gera av gulli ringarnar, sum tvørtrøini skulu ganga ígjøgnum; eisini tvørtrøini skalt tú leggja við gulli. Síðan skalt tú reisa tjaldtemplið eftir tí hátti, sum tær varð sýndur á fjallinum. Og tú skalt gera fortjald av bláum purpuri og reyðum, av skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni; listavevnaður skal tað vera við myndum av kerúbum í. Tað skalt tú heingja upp á fýra stólpar av ákásiuviði, settar við gulli og við krókum av gulli á, og sum standa á fýra undirstabbum av silvuri. So skalt tú heingja fortjaldið undir krókarnar og flyta vitnisburðarørkina inn um fortjaldið og lata fortjaldið skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta. Sáttarlokið skalt tú leggja aftur yvir vitnisburðarørkina í hinum alraheilagasta. Borðið skalt tú seta fyri uttan fortjaldið og ljósastakan yvir av borðinum við syðra bróst tjaldtempulsins; borðið skalt tú seta við norðara bróst. Tú skalt eisini gera tjaldváð fyri dyr tjaldsins av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum tvinnaðum líni við marglittum vevnaði á; og til tjaldváðina skalt tú gera fimm stólpar av ákásiuviði og leggja teir við gulli; snatarnir á teimum skulu eisini vera av gulli; og undir stólparnar skalt tú stoypa fimm undirstabbar av kopari.
Framvegis skalt tú gera altar av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt skal altarið vera og tríggjar alnir høgt. Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, sum skal vera áfast við altarið; og tú skalt leggja tað við kopari. Og tú skalt gera pottar til øsku altarsins og eldspakar og offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess skalt tú gera úr kopari. Um altarið skalt tú gera rimaverk eins og rutt net av kopari og festa fýra ringar av kopari á rimaverkið á fýra hornum tess og lata rimaverkið vera niðanvert við miðgjørð altarsins, so at verkið tekur upp á hálvt altarið. Framvegis skalt tú gera stengur til altarsins, stengur av ákásiuviði og leggja tær við kopari. Stengurnar skulu verða stungnar ígjøgnum ringarnar soleiðis, at tær eru fram við altarinum báðumegin, tá ið tað verður borið. Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; eins og tað varð sýnt tær á fjallinum, skalt tú gera tað. Og soleiðis skalt tú gera forgarð tjaldtempulsins: Sunnantil skulu tjøld vera fyri forgarðinum av tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long hesumegin, og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari; men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. Og somuleiðis norðarumegin hundrað alnir long tjøld og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. Vestantil fyri forgarðinum allan vegin tvørturum skulu vera fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum. Og forgarðurin eystantil allan vegin tvørturum skal vera fimmti alnir; her skulu øðrumegin vera fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum, og hinumegin fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum. Og fyri inngongd forgarðsins skal vera tjúgu alna long tjaldváð, marglitt vovin av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, og fýra stólpar við fýra undirstabbum. Allir stólpar forgarðsins íkring skulu hava tvørstengur av silvuri, krókar av silvuri og undirstabbar av kopari. Tjøldini kring um forgarðin skulu hvørjumegin eftir longdini vera hundrað alnir og hvørjumegin tvørturum vera fimti alnir og hæddin fimm alnir; úr tvinnaðum egyptiskum líni skulu tey vera og undirstabbarnir av kopari. Øll amboð, sum nýtt verða í tænastuni við tjaldtemplið, og somuleiðis hælir tess og hælir forgarðsins skulu vera av kopari. Og tú skalt bjóða Ísraelsmonnum at flýggja tær reina olju úr stoyttum oljuberjum á ljósastakan, so at lampurnar altíð mega verða settar upp á hann. Í samfundartjaldinum uttanvert við fortjaldið, ið hongur frammanvert við vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara gera hana til, so at hon má brenna frá morgni til myrkurs frammi fyri Harranum. Hetta skal vera Ísraelsmonnum ævig fyriskipan ættarlið eftir ættarlið.
Síðan skalt tú lata koma til tín úr flokki Ísraelsmanna Áron bróður tín og synir hansara til tess at vera prestar mínir, Áron, Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar, synir Árons. Og tú skalt lata gera Ároni bróður tínum heilag klæði til heiðurs og æru. Øllum hagleiksmonnum, ið eg havi fylt við vísdóms anda, skalt tú bjóða at gera Ároni hesi klæði, til tess at hann kann verða vígdur til at vera prestur fyri mær. Hesi eru klæðini, ið teir skulu gera: Bróstskjøldur, akul, møttul, puntutan kyrtil, vavhúgvu og belti; heilag klæði skulu teir gera Ároni bróður tínum og sonum hansara, so at teir kunnu vera prestar fyri mær. Til hetta skulu teir taka gull og blátt purpur og reytt purpur, skarlak og egyptiskt lín. Teir skulu gera akulin av gulli og bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, alt av einlistum. Á honum skulu vera tvey áføst akslafesti til at stima báðar líningar hans. Og akullindin, ið á honum er til at gyrða hann at sær við, skal vera áføst honum og eins og hann gjørd av gulli og bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. Síðan skalt tú taka tveir sjóhamsteinar og rista á teir nøvn sona Ísraels. Seks av nøvnum teirra skalt tú skriva á annan steinin og hini seks á hin steinin eftir aldri teirra. Eins og innsigli verður rist í steinskurði, soleiðis skalt tú á báðar steinarnar rista nøvn sona Ísraels og groypa tey við gullumgjørð. Og báðar steinarnar skalt tú seta á akslafesti akulsins, so at teir verða Ísraelsmonnum til áminningarsteinar; á henda hátt skal Áron bera nøvn teirra frammi fyri Harranum á báðum akslafestum sínum til áminningar. Tú skalt gera umgjarðir av gulli og tvey festi av skírum gulli, ið tú skalt flætta, eins og reip verða løgd, tey flættaðu festini skalt tú leggja á netverkið. Og tú skalt gera rættarbróstskjøldurin av einlistum eftir sama hátti sum akulin; av gulli, bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni skalt tú gera hann. Hann skal vera fýrhyrntur og tvífaldur, eina løgd langur og eina løgd breiður; og tú skalt alseta hann við steinum í fýra røðum; í fyrsta raði skulu vera karneol, tópas og smáragd; í øðrum raði rubin, saffir og jaspis; í triðja raði hýasint, ágat og ámetýst; í fjórða raði krýsolit, sjóham og ónýks; hvør steinurin skal liggja á sínum staði í umgjørð av gullnetverki. Steinarnir skulu vera tólv samsvarandi nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið, ristir eins og innsigli verða rist, soleiðis at hvør steinurin ber eitt av nøvnum Ísraels tólv ætta. Og tú skalt gera á bróstskjøldinum snúðurfesti av skírum gulli, flættað eins og reip verða løgd. Eisini skalt tú gera á bróstskjøldinum tveir ringar av gulli og festa teir við báðar líningar bróstskjaldarins og knýta bæði gullfestini føst í hesar báðar ringar á líningum bróstskjaldarins. Hinar báðar endarnar á báðum festunum skalt tú knýta upp í báðar umgjarðirnar og binda tey føst við akslafesti akulsins frammanvert á honum. Tú skalt enn gera tveir ringar av gulli og festa teir á hinar báðar líningar bróstskjaldarins, á tveir kantar hans, ið venda inn ímóti aklinum. Og uppaftur skalt tú gera tveir ringar av gulli, sum tú skalt knýta upp í akslafesti akulsins í neðra frammantil á honum, har sum hann er stimaður, omanvert við akullindina. Og ringar bróstskjaldarins og ringar akulsins skulu verða knýttir saman við festi av bláum purpuri, so at tað er omanvert við akullindina, til tess at bróstskjøldurin ikki má dragna frá aklinum. Áron skal soleiðis støðugt bera nøvn Ísraels sona á rættarbróstskjøldinum á brósti sínum, hvørja ferð tá ið hann gongur inn í halgidómin til áminningar um teir frammi fyri Harranum. Og tú skalt leggja í rættarbróstskjøldurin Urim og Tummim, so at Áron ber tey á brósti sínum hvørja ferð, tá ið hann fer inn fyri Harran, og á tann hátt skal Áron altíð bera dóm Ísraels sona á brósti sínum frammi fyri Harranum. Møttulin innan undir aklinum skalt tú allan gera úr bláum purpuri; og ovast á honum í miðjuni skal vera hálsamunni á sama hátt sum á brynju, og kring hálsamunna hansara skal vera bordi vovin, til tess at hann ikki skal fara sundur. Kring undirfald hans skalt tú seta granatepli av bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki og millum teirra bjøllur av gulli allan vegin kring undirfald hans, soleiðis at gullbjøllur og granatepli skifta allan vegin kring undirfald møttulsins. Í honum skal Áron vera, tá ið hann skipar fyri gudstænastuni, so at tað má hoyrast til hansara, tá ið hann gongur inn í halgidómin fram fyri ásjón Harrans, og tá ið hann gongur út aftur, so at hann ikki týnir lívið. Framvegis skalt tú gera spong av skírum gulli og rista á hana eins og innsigli verða rist: «Halgaður Harranum», og við tráði av bláum purpuri skalt tú festa hana við vavhúgvuna; frammantil á vavhúgvuni skal hon vera. Hon skal vera á enni Árons, so at Áron kann taka á seg teir brekir, ið kunnu vera á heilagu ofrum Ísraelsmanna, á øllum halgigávum, sum teir frambera; hon skal altíð vera á enni hansara til tess at vinna teimum góðtokka frammi fyri Harranum. Kyrtil av egyptiskum líni skalt tú veva puntutan og búgva til vavhúgvu av egyptiskum líni, og somuleiðis belti vovið við ymiskum litum. Eisini sonum Árons skalt tú búgva til kyrtlar og gera teimum belti og høvuðbúnar til heiðurs og prýðis. Og tú skalt lata Áron, bróður tín, og synir hansara í teir og salva teir og fylla hendur teirra og halga teir til at vera prestar fyri mær. Og til tess at fjala blygd teirra skalt tú gera teimum undirbrøkur av líni, sum skulu røkka frá mjødnunum niður á lørini. Í teimum skulu Áron og synir hansara vera, tá ið teir ganga inn í samfundartjaldið, og tá ið teir nærkast altarinum til gudstænastu í halgidóminum, til tess at teir ikki skulu gera seg sekar og týna lívið. Hetta skal vera Ároni og eftirkomarum hansara ævigt løgmál.
Og tá ið tú halgar teir til at vera prestar fyri mær, skalt tú bera teg at á henda hátt: Tak ungan oksa og tveir lýtaleysar veðrar og ósúrgað breyð, ósúrgaðar køkur eltar í olju og tunnar ósúrgaðar flatkøkur smurdar við olju; av fínum hveitimjøli skalt tú gera tær til; legg tær síðan upp í tægu og framber tær í tæguni saman við oksanum og báðum veðrunum. Síðan skalt tú leiða Áron og synir hansara at durum samfundartjaldsins og tváa teimum við vatni. Tak tínæst klæðini og lat Áron í kyrtilin og akulmøttulin, akulin, bróstskjøldurin, gyrð hann við akullindini og set vavhúgvuna á høvur hans og hitt heilaga ennislað á vavhúgvuna. Síðan skalt tú taka salvingaroljuna og hella út yvir høvur hans og salva hann og leiða synir hansara fram og lata teir í kyrtlar og gyrða teir við beltum og binda á teir høvuðbúnar; og teimum skal prestatignin tilhoyra samsvarandi ævigum løgmáli. Tínæst skalt tú fylla hendur Árons og hendur sona hans. Tú skalt leiða tarvin fram fyri samfundartjaldið; og Áron og synir hansara skulu leggja hendur sínar niður á høvur tarvsins; slátra so tarvin frammi fyri Harranum við dyr samfundartjaldsins og tak nakað av blóði hans og rýð tað við fingri tínum á altarhornini, men alt hitt blóðið skalt tú hella upp á altarið í neðra; alla netjuna, sum er á indrunum og livrarbroddin og bæði nýruni við nýrumørum sínum skalt tú taka og brenna tað á altarinum. Men kjøt tarvsins, húð hans og gor skalt tú brenna í eldi fyri uttan herbúðirnar; tað skal vera syndaoffur. Síðan skalt tú taka annan veðrin; og tá ið Áron og synir hansara hava lagt hendur sínar á høvur hans, skalt tú slátra hann og taka av blóði hans og støkkja tað upp á altarið íkring. Lima tínæst veðrin sundur í lutir, tváa indur og leggir hans og legg tað hjá limalutum hans og høvdi og brenn so allan veðrin á altarinum; tað skal vera brennioffur til Harrans, vælangandi roykur, eldoffur Harranum til handar. Tak so hin veðrin; og tá ið Áron og synir hansara hava lagt hendur sínar á høvur hans, skalt tú slátra hann og taka av blóði hans og støkkja tað á høgru oyrnalippu Árons og á høgru oyrnalippu sona hans og á tummilin á høgru hond teirra og á stórutá á høgra fóti teirra og støkk alt hitt blóðið kring um altarið. Og tú skalt taka nakað av blóði tí, sum er á altarinum, og av salvingaroljuni og rýða tað á Áron og klæði hans, á hann og synir hans og klæði sona hans; og verður hann tá heilagur, hann og klæði hans, synir hans og klæði sona hans. Síðan skalt tú taka netjuna av veðrinum og feitthalan, tað feita, sum er á indrunum, livrarbroddin, bæði nýruni og nýrumørir teirra og høgra tjógv – tí at hetta er vígsluveðrur – og tak framvegis eina breyðflís, eina oljukøku og eina flatkøku úr tæguni, sum stendur við ósúrgaðum breyði frammi fyri Harranum, og legg hetta alt í hendur Árons og í hendur sona hans og lat teir reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tak tað so aftur úr hondum teirra og brenn tað sum roykoffur á altarinum oman á brenniofrið, til vælangandi royk fyri Harran; tað skal vera eldoffur Harranum til handa. Tak síðan bringuna av vígsluveðri Árons og reiggja henni sum reiggioffur frammi fyri Harranum. Hon skal lutast tær. Og tú skalt halga reiggibringuna og offuravskurðartjógvið, tað sum reiggjað verður, og sum Áron og synir hansara skulu lata burtur av vígsluveðrinum; tað mega Áron og synir hansara við ævigum rættindum krevja av Ísraelsmonnum; tí at tað er offuravskurður, og sum offuravskurð skulu Ísraelsmenn frambera tað av takkarofrum sínum, sum offuravskurð teirra til Harrans. Hini heilagu klæði Árons skulu synir hansara hava eftir hann, og í teimum skulu teir vera, tá ið teir verða salvaðir og vígdir. Tann av sonum hans, ið verður prestur eftir hann, skal vera í teimum í sjey dagar, tá ið hann gongur inn í samfundartjaldið at skipa fyri tænastuni í halgidóminum. Og tú skalt taka vígsluveðrin og sjóða kjøt hans á heilagum staði; og Áron og synir hans skulu eta kjøtið av veðrinum og breyðið úr tæguni við dyr samfundartjaldsins. Og teir skulu eta hesar lutir, sum sáttargerð verður fingin við, tá ið teir verða vígdir og halgaðir; men eingin óvígdur má eta av tí, tí at tað er heilagt. Men verður nakað av vígslukjøtinum og breyðinum eftir næsta morgun, skalt tú brenna avlopið upp; tað má ikki verða etið, tí at tað er heilagt. Tú skalt í øllum gera við Áron og synir hans, eins og eg havi boðið tær. Í sjey dagar skalt tú fylla hendur hans. Hvønn dag skalt tú ofra oksa sum syndaoffur til sáttargerðar og við hesi sáttargerð reinsa altarið frá synd og halga tað við at salva tað. Í sjey dagar skalt tú sáttgera á altarinum og halga tað; soleiðis verður altarið háheilagt; hvør tann, ið nertur við tað, verður heilagur. Men hetta er tað, sum tú skalt frambera á altarinum: Hvønn dag støðugt tvey veturgomul lomb. Annað lambið skalt tú ofra um morgunin og hitt um sólsetur. Og saman við tí fyrra lambinum skalt tú frambera tíggjundapart úr eini efu av fínum mjøli elt við fjórðings hin av olju úr stoyttum oljuberjum; og sum droypioffur fjórðings hin av víni. Hitt lambið skalt tú ofra um sólsetur og frambera saman við tí grónoffur og droypioffur eins og um morgunin, sum vælangandi royk, sum eldoffur til Harrans. Ættarlið eftir ættarlið skulu tit støðugt frambera tað sum brennioffur við dyr samfundartjaldsins frammi fyri Harranum; har skal eg koma til fundar við tykkum til tess at tala við teg; og har skal eg birtast fyri Ísraelsmonnum, og samfundartjaldið verða halgað av dýrd míni. Eg skal halga samfundartjaldið og altarið; og Áron og synir hansara skal eg halga til at vera prestar fyri mær. Eg vil búgva hjá Ísraelsmonnum og vera Guð teirra. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð teirra, sum leiddi teir út úr Egyptalandi, til tess at eg Harrin, Guð teirra, skuldi búgva teirra millum.
Og tú skalt gera altar til at brenna roykilsi á; tað skalt tú búgva til av ákásiuviði, eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt skal tað vera, tvær alnir høgt og horn tess áføst við tað. Tú skalt leggja tað við skírum gulli bæði omaná og við síðurnar alt íkring og horn tess við og gera brún av gulli kring um tað. Framvegis skalt tú gera á tí tveir ringar av gulli niðanvert við brúnina báðumegin; við báðar síður tess skalt tú festa teir til at stinga stengurnar ígjøgnum til at bera tað við. Stengurnar skalt tú gera av ákásiuviði og leggja tær við gulli. Og síðan skalt tú seta tað fyri framman fortjaldið, sum er fyri vitnisburðarørkini, fyri framman sáttarlokið, ið liggur yvir vitnisburðin, har ið eg vil koma á fund við teg. Og Áron skal brenna angandi roykilsi á tí hvønn morgun; tá ið hann tilreiðir lampurnar, skal hann kveikja roykilsið. Sama skal hann gera um sólsetur, tá ið hann setir lampurnar upp á ljósastakan; hetta skal vera hitt dagliga roykilsisofrið frammi fyri Harranum hjá øllum eftirkomarum tykkara. Tit mega ikki lata fremmant roykilsi koma upp á tað ella brennioffur ella grónoffur, og heldur ikki droypioffur mega tit úthella á tí. Eina ferð um árið skal Áron inna sáttargerð á hornum tess; hann skal taka blóðið av sáttargerðarofrinum eina ferð um árið og inna sáttargerð á tí fyri tykkum, ættarlið eftir ættarlið. Tað er háheilagt fyri Harranum.» Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tá ið tú tekur manntal av Ísraelsmonnum og kannar teir, tá skal hvør maður, ið kannaður verður, greiða Harranum sáttargjald fyri lív sítt, til tess at ikki ógæva skal standast av fólkakanningini. Hvør tann, ið kannaður verður, skal greiða hálvan sikul í silvuri eftir halgidómsins virði, sum er tjúgu gerur fyri hvønn sikul, hálvan sikul sum offuravskurð Harranum til handar. Hvør tann, ið kannaður verður, í tjúgu ára aldri og eldri, skal greiða Harranum henda offuravskurð. Hin ríki skal ikki greiða meiri og hin fátæki ikki minni enn hálvan sikul sum offuravskurð til Harrans til tess at inna sáttargerð fyri lív sítt. Hetta sáttargjald skalt tú taka av Ísraelsmonnum og nýta tað til tænastuna í samfundartjaldinum; tað skal minna Harran á Ísraelsmenn og vera sáttargjald fyri lív tykkara.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Tú skalt gera koparker við fóti av kopari til tvátt og seta tað millum samfundartjaldið og altarið og lata vatn í tað. Í tí skulu Áron og synir hansara tváa hendur og føtur sínar. Tá ið teir ganga inn í samfundartjaldið, skulu teir tváa sær við vatninum fyri ikki at týna lívið; og somuleiðis tá ið teir nærkast altarinum undir tænastuni við at brenna eldoffur til Harrans, skulu teir tváa hendur sínar og føtur, so at teir ikki týna lívið. Hetta skal vera honum og eftirkomarum hans ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Tak tær hinar avbærastu balsamurtir, fimm hundrað siklar av sjálvrunnari myrru og hálvt so nógv ella tvey hundrað og fimmti siklar av vælangandi kanelbarki, og tvey hundrað og fimmti siklar av vælangandi kalmus, og fimm hundrað siklar av kanelviði eftir halgiðómsins virdi og eina hin av oljuberjaolju. Av hesum skalt tú búgva til heilaga salvingarolju, vælangandi smyrsl, eins og salvublandarar tilreiða. Tað skal vera heilag salvingarolja. Við hesum skalt tú salva samfundartjaldið og vitnisburðarørkina, borðið við øllum reiði sínum og ljósastakan við øllum reiði sínum og roykilsisaltarið, brennioffuraltarið við øllum reiði sínum og tváttarkerið og fót tess; tú skalt halga tey, so at tey verða háheilag; hvør, ið tá nertur við tey, skal verða taldur heilagur. Eisini Áron og synir hansara skalt tú salva og halga teir til at vera prestar fyri mær. Men við Ísraelsmenn skalt tú siga soleiðis: Hetta skal vera mær heilag salvingarolja hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið. Hon má ikki verða úthelt yvir menn frá hond; og ikki mega tit tilreiða tykkum olju av sama slag til egnu nýtslu; hon er heilag, og heilag skal hon vera tykkum. Maður, ið tilreiðir somu salvu ella letur hana koma á óvígdan, skal verða oyddur úr tjóð síni!» Framvegis mælti Harrin við Móses: «Tak tær vælangandi urtir, ópobalsam og havsniglaskeljar, galbanum og reinan virak, eins nógv av hvørjum, og tilreið av tí roykilsi, eins og hinir salvukønu gera, saltað, reint og heilagt. Nakað av tí skalt tú mylja smátt sundur, og nakað av tí skalt tú leggja frammanvert við vitnisburðin í samfundartjaldinum har, ið eg vil koma til fundar við teg. Tað skal vera tykkum háheilagt. Roykilsi, sum er búgvið til eftir hesum hátti, mega tit ikki gera tykkum til egnu nýtslu; tú skalt telja tað Harranum halgað. Tann, ið ger sær nakað tílíkt til tess at njóta angan av tí, skal verða oyddur úr tjóð síni.»
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Sí, eg havi kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt virki, bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, til at skera út steinar til groypingar og gera skurðarverk úr træi – til at vinna at alskyns smíði. Og eg havi givið honum Óhóliab Áhisámaksson av Dáns ætt sum hjálparmann; og øllum hagleiksmonnum havi eg givið skynsemi, so at teir mega gera alt tað, sum eg havi boðið tær: Samfundartjaldið, vitnisburðarørkina, sáttarlokið á henni og øll reiði tjaldsins, borðið og øll amboð tess, ljósastakan av skírum gulli og allar lutir hans og roykilsisaltarið, brennioffuraltarið og øll amboð tess, tváttarkerið og fót tess, skreytklæðini, halgiklæði Árons prests og prestatænastuklæði hjá sonum hansara, salvingaroljuna og hitt vælangandi roykilsið í halgidóminum, alt skulu teir gera í øllum, eins og eg havi boðið tær.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Tala við Ísraelsmenn og sig: Fram um alt skulu tit halda hvíludagar mínar, tí at hvíludagurin er tekin millum mín og tykkara, ættarlið eftir ættarlið, so at tit vita, at eg Harrin eri tann, ið halgar tykkum! Hvíludagin skulu tit halda, tí at hann skal vera tykkum heilagur; hvør tann, ið vanhalgar hann, skal eirindaleyst týna lívið; ja, hvør maður, sum á hvíludegnum vinnur at nøkrum verki, skal vissuliga verða oyddur úr tjóð síni! Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera fullkomin hvíludagur, halgaður Harranum; hvør tann, ið vinnur verk á hvíludegnum, skal vissuliga týna lívið! Tí skulu Ísraelsmenn leggja sær væl í geyma at halda hvíludagin heilagan ættarlið eftir ættarlið sum ævigan sáttmála. Um allar ævir skal hann vera tekin millum mín og Ísraelsmanna; tí at í seks dagar skapaði Guð himin og jørð, men á sjeynda degi hvíldi hann og unti sær andarúm.» Tá ið hann nú hevði lokið talu sína við Móses á Sinai fjalli, fekk hann honum báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar ritaðar við fingri Guðs.
Men tá ið fólkið sá, at Móses drálaði við komu síni niður aftur av fjallinum, tyrptist alt fólkið kring um Áron og segði við hann: «Kom tú og ger okkum gud, sum skal vera á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi!» Áron svaraði teimum: «Slítið gullringarnar úr oyrunum á konum tykkara, sonum og døtrum og fáið mær teir!» Tá sleit alt fólkið gullringarnar úr oyrum sínum og kom til Árons við teimum. Og hann tók við teimum av hondum teirra, evnaði gullið við meitli og gjørdi stoyptan kálv av teimum. Tá søgdu teir: «Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» Tá ið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: «Í morgin skal verða hildin hátíð fyri Harranum!» Morgunin eftir fóru teir snimma upp og ofraðu brennioffur og frambóru takkaroffur, settust niður at eta og drekka og fóru síðan upp at halda sær at gamni. Tá segði Harrin við Móses: «Skunda tær oman aftur, tí at fólk títt, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, hevur gjørt skaðagerð! Skjótt viku teir av teirri leið, sum eg beyð teimum at ganga! Teir hava gjørt sær stoyptan kálv; og teir hava tilbiðið hann og framborið honum offur og sagt: Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» Og Harrin segði við Móses: «Eg havi givið mær far um hetta fólkið og sæð, at tað er fólk við hørðum svíra. Men lat meg nú ráða, so vil eg kveikja vreiði mína móti teimum og beina fyri teimum, men teg skal eg gera at miklari tjóð!» Men Móses royndi at blíðka Harran, Guð sín, og segði: «Hví skal bræði tín brenna ímóti fólki tínum, ið tú hevur leitt út úr Egyptalandi við miklum mátti og sterkari hond? Hví skulu Egyptar kunna siga: Við ilskuráði leiddi hann teir út, til tess at beina fyri teimum uppi millum fjalla og oyða teir út av jørðini! Lat nú brennandi bræði tína lætta av og iðra teg um tað illa, ið tú hevði ætlað at gera fólki tínum! Minst tænarar tínar, Ábraham, Ísak og Ísrael, sum tú svórt við sjálvan teg og heitti: Eg vil gera avkom tykkara fjølment eins og stjørnur himinsins og geva teimum alt hetta landið, sum eg havi talað um, til ognar um allar ævir!» Tá iðraði Harrin seg um ta ógævu, sum hann hevði hótt fólk sítt við. Síðan snúðist Móses oman aftur av fjallinum og hevði í hendi báðar vitnisburðartalvurnar, ið báðumegin var ritað á, á báðum síðum var ritað á tær. Talvurnar vóru Guðs verk, og ritningin ritað av Guði, rist inn í talvurnar. Men tá ið Jósva hoyrdi glymin av fólkinum, segði hann við Móses: «Rómur av bardaga dynur í herbúðunum!» Men hann svaraði: «Hatta er hvørki rómur av monnum, ið sigrað hava, ella av monnum, ið ósigur hava havt; hatta er songur, sum eg hoyri!» Og tá ið Móses nærkaðist herbúðunum og sá kálvin og dansin, varð hann so rúkandi óður, at hann tveitti talvurnar frá sær og smildraði tær niðri undir fjallinum. Síðan tók hann kálvin, sum teir høvdu gjørt, brendi hann í eldi og muldi hann í dust, spjaddi tað út í vatnið og læt Ísraelsmenn drekka av tí. Og Móses segði við Áron: «Hvat hevur hetta fólk gjørt við teg, at tú skuldi leiða so stóra synd yvir tað?» Áron svaraði: «Verð ikki vreiður, harri mín, tú veitst sjálvur, at fólkið stundar á tað illa; teir søgdu við meg: Ger okkum gud, sum kann ganga á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni, Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi. Tá segði eg við teir: Øll, ið gullgripir hava, skulu slíta teir av sær og fáa mær teir! Síðan legði eg tað í eldin, og úrslitið varð hesin kálvur.» Men tá ið nú Móses sá, at fólkið einki teymahald hevði á sær, við tað at Áron hevði givið teimum leysar teymar, so at fíggindar teirra hildu fragd at teimum, tá tók hann støðu við tjaldbúðaliðið og mælti: «Higar til mín allir, ið halda við Harranum!» Tá savnaðust allir Levitar til hansara. Og hann mælti við teir: «So sigur Harrin, Guð Ísraels: Gyrðið tykkum allir svørði og farið um allar herbúðirnar endilangar og jarðleggið hvør sín bróður, vin og frænda!» Levitarnir gjørdu nú, eins og Móses beyð teimum; og trý túsund mans av fólkinum fullu á tí degi. Tá segði Móses: «Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri Harranum; tí fyri at eingin eirdi syni ella bróður, skal tykkum í dag verða signing fyri.» Dagin eftir segði Móses við fólkið: «Tit hava syndað í stórum; men nú skal eg fara niðan til Harrans og royna at fáa í lag sáttargerð fyri syndir tykkara!» Tá snúðist Móses aftur til Harrans og mælti: «Á, hetta fólk hevur syndað í stórum og gjørt sær gud av gulli! Men nú biði eg teg fyrigeva synd teirra; og vilt tú ikki tað, tá biði eg teg strika meg út av bók tíni, sum tú skrivar í!» Men Harrin svaraði: «Hann, ið syndað hevur ímóti mær, vil eg strika út av bók míni! Men far nú og leið fólkið hagar, ið eg havi sagt tær; sí eingil mín skal ganga undan tær; men tá ið mín tími er komin, vil eg endurgjalda teimum syndir teirra!» Og soleiðis sló Harrin fólkið, fyri tað at teir høvdu latið gera kálvin, sum Áron gjørdi.
Og Harrin segði við Móses: «Høgg tær úr steini tvær talvur eins og hinar fyrru; eg skal rita á tær tey somu orð, ið stóðu á hinum fyrru talvunum, ið tú breytst sundur; og ver albúgvin í morgin árla at koma niðan á Sinai fjall og statt har og bíða eftir mær dygst uppi á fjallinum! Eingin má koma niðan við tær, og ongastaðni á fjallinum má maður síggjast; ikki mega heldur smalur og stórdýr ganga á biti uppi undir fjallinum!» Móses høgdi sær nú tvær talvur úr steini eins og hinar fyrru og fór í lýsingini morgunin eftir niðan á Sinai fjall, eins og Harrin hevði boðið honum, og hevði við sær báðar steintalvurnar. Tá steig Harrin oman í skýgginum, og Móses tók støðu har hjá honum og nevndi Harran við navni. Og Harrin gekk fram við honum og rópaði: «Harrin, Harrin, miskunnsamur og náðigur Guð, tolinmóður, ríkur í kærleika og trúfesti, sum eyðsýnir kærleika móti túsundum, fyrigevur misgerðir, brot og syndir, telur tó ikki hin seka ósekan, men letur syndir fedranna vitja aftur á børn og barnabørn í triðja og fjórða ættarlið!» Tá lútaði Móses alt í einum til jarðar, tilbað og mælti: «Havi eg, Harri, funnið náði fyri eygum tínum, tá fylgi Harri mín við okkum í ferðini; tí at hetta er fólk við hørðum svíra; men fyrigev nú misbrot og syndir okkara og ger okkum til tína ogn!» Hann svaraði: «Sí, eg vil gera sáttmála; meðan alt fólk títt er hjástatt, vil eg gera undur, ið ongantíð áður hava verið gjørd í nøkrum landi ella hjá nakrari tjóð; og alt fólkið, sum tú livir saman við, skal síggja verk Harrans; tí at øgiligt er tað, sum eg við tær ætli at gera. Legg tær væl í geyma alt, sum eg í dag bjóði tær! Eg skal nú reka undan tær Ámoritar, Kánáanitar, Hetitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar! Og vara teg fyri at gera sáttmála við íbúgvarnar í tí landi, sum tú kemur til, so at teir ikki verða tær at snerru, um teir verða búgvandi hjá tær! Tí skulu tit ríva altar teirra niður, smildra steinsúlur teirra og høgga Ásjerustólpar teirra sundur! Tí at tú mást ikki tilbiðja nakran annan Guð, tí at «hin vandláti» verður Harrin nevndur; hann er vandlátur Guð! Varnast tí at gera sáttmála við íbúgvar landsins; tí at tá ið teir í horfikni nálgast uppi í gudum sínum og ofra til teirra, og tú verður boðin við, mást tú ikki fara at eta av sláturofrum teirra! Og tú mást ikki taka sonum tínum døtur teirra til konu, tí at tá munnu døtur teirra við at horfikjast eftir gudum sínum eisini fara at birta í sonum tínum horfikni eftir gudum teirra! Tú mást ikki gera tær nakran stoyptan gud! Tú skalt halda hátíð hinna ósúrgaðu breyða; í sjey dagar skalt tú eins og eg beyð tær, eta ósúrgað breyð ta ásettu tíð í ábib mánaði; tí at í ábib mánaði fórt tú út úr Egyptalandi. Alt, sum opnar móðurlív, tilhoyrir mær; allar frumburðir av kallkyni av fylgjum tínum bæði undan oksa og seyði skalt tú ofra mær; men frumburðir undan asna skalt tú loysa við lambi; og loysir tú tað ikki, skalt tú hálsbróta tað. Allar frumburðir sona tína skalt tú loysa. Eingin má koma tómhentur fram fyri ásjón mína. Í seks dagar skalt tú verk títt vinna, men hvíla á sjeynda degi; bæði tá ið tú várar, og tá ið tú bert inn, skalt tú halda hvíludagin! Tú skalt halda vikuhátíðina, tá hveitiakurin verður skorin, og heysthátíðina um árslok, tá ið aldin verður innborið! Tríggjar ferðir um árið skal alt kallkyn títt koma fram fyri ásjón Harrans, drottins, Ísraels Guðs. Tí at eg man reka tjóðirnar burtur fyri tær og víðka landamark tíni, og eingin skal girnast land títt, meðan tú ert á ferð niðan í tað til tess at koma fram fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, tær tríggjar ferðirnar um árið. Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofri mínum saman við ósúrgaðum breyði. Páskahátíðarofrið má ikki verða liggjandi til morgunin eftir. Tann besta frumgróður av jørð tíni skalt tú bera inn í hús Harrans, Guðs tíns. Ikki mást tú sjóða geitarlamb í mjólk undan móður síni.» Og Harrin segði við Móses: «Skriva tær hesi orð upp, tí at samsvarandi hesum orðum geri eg sáttmála við teg og við Ísrael.» Hann varð nú har hjá Harranum í fjøruti dagar og fjøruti nætur og bragdaði hvørki vátt ella turt; og hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, tey tíggju orðini. Men tá ið Móses kom oman aftur av Sinai fjalli við báðum vitnisburðartalvunum í hendi, skein ljómin av andliti hansara, av tí at hann hevði talað við hann; men sjálvur visti hann ikki av tí. Tá ið tá Áron og allir Ísraelsmenn sóu Móses, sí, tá skein ljómin av andliti hansara, so at teir tordu ikki at nærkast honum. Men Móses rópaði á teir; tá snúðust teir, Áron og allir høvdingar savnaðarins, aftur til hansara; og Móses talaði við teir. Síðan komu allir Ísraelsmenn til hansara, og hann beyð teimum at halda alt tað, sum Harrin hevði sagt honum á Sinai fjalli. Tá ið Móses hevði lokið talu sína við teir, legði hann skýli yvir andlit sítt. Men hvørja ferð, ið Móses gekk fram fyri Harran til tess at tala við hann, tók hann skýlið frá, til hann fór út aftur; og tá ið hann var komin út aftur, segði hann fyri Ísraelsmonnum tað, sum honum hevði verið boðið. Tá sóu Ísraelsmenn andlit Mósesar, hvussu ljómin skein av tí; Móses dró tá aftur skýlið fyri andlit sítt, til hann næstu ferð gekk inn at tala við Harran.
Og Móses stevndi nú saman øllum savnaði Ísraelsmanna og segði við teir: «Hetta er tað, sum Harrin býður tykkum at gera: Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera tykkum heilagur, fullkomin hvíludagur fyri Harranum; hvør, ið vinnur at nøkrum verki á tí degi, skal týna lívið! Á hvíludegnum mega tit ikki kynda eld í nøkrum heimbýli tykkara.» Og Móses talaði við allan savnað Ísraelsmanna og mælti: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Flýggið Harranum offuravskurð av tí, sum tit eiga. Hvør, ið geva vil av fúsum huga, skal bera fram offuravskurð Harrans: Gull, silvur og kopar, blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitarhár, reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn og ákásiuvið, olju á ljósastakan og vælangandi balsamurtir til salvingarolju og roykilsi, sjóhamsteinar og aðrar dýrar steinar til at seta á akulin og bróstskjøldurin. Og allir listakønir menn tykkara millum skulu koma og tilbúgva alt tað, sum Harrin hevur boðið. Tjaldtemplið við taktjalddúki og taki, krókum og borðum, tvørtrøum, stólpum og undirstabbum; ørkina við stongum og sáttarloki og hitt innara fortjaldið, borðið við stongum og øllum borðbúnaði og sýnisbreyðini, ljósastakan við øllum reiði og lampum sínum og olju í ljósastakan, roykilsisaltarið við stongum sínum, salvingaroljuna og roykilsið og fortjaldið fyri durum tjaldtempulsins, brennioffuraltarið og rimaverkið av kopari kring um tað, stengur tess og øll reiði, tváttarkerið við fóti sínum, tjøldini fyri forgarðinum, stólpar hans og undirstabbar og fortjaldið fyri liði forgarðsins, hælir tjaldtempulsins og forgarðsins og tog teirra, skreytklæðini til tænastuna í halgidóminum, halgiklæði Árons prests og prestaklæði sona hans til prestatænastuna.» Allur savnaður Ísraels fór nú út frá Mósesi; síðan komu teir aftur hvør og ein við tí, sum teir av góðum hjartalagi og fúsum huga vildu veita Harranum sum offuravskurð til at reisa samfundartjaldið av til alla tænastu tess og til øll halgiklæðini; bæði menn og kvinnur, øll, ið fús vóru at geva, komu og bóru fram sylgjur og oyrnaringar, fingurgull og hálsbond og alskyns gullgripir; og hvør maður, ið vildi ofra Harranum nakað, kom við gulli; sama gjørdu øll, ið áttu blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín, geitarhár, reyðlitt veðraskinn og sækúgvaskinn; og hvør maður, ið vildi geva silvur og kopar, kom við tí sum offuravskurð til Harrans; og hvør maður, ið átti ákásiuvið, kom við honum til tess at dugna smíðinum. Og allar listakønar konur settust at spinna og komu við spunum sínum: Bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki, og egyptiskum líni. Og allar konur, ið fráskila listakønar og handafimar vóru, fóru fúsar í huga undir at spinna geitarullina. Men høvdingarnir komu við sjóhamsteinum og øðrum dýrum steinum til at seta á akulin og bróstskjøldurin, við vælangandi balsamurtum og olju til ljósastakans, til salvingarolju og roykilsis. Og allir Ísraelsmenn, bæði menn og kvinnur, ið fús vóru til at geva, komu av sær sjálvum við gávum Harranum til handar, til tess at fullføra tað verk, sum Harrin við Mósesi hevði boðið at gera. Tá mælti Móses við Ísraelsmenn: «Sí, Harrin hevur kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt verk, bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, til at skera út steinar til groypingar og gera skurðverk í træi – ja, til at vinna at alskyns listasmíði! Eisini hevur hann givið bæði honum og Óhóliabi Áhisamakssyni av Dáns ætt tær snildargávur at kenna øðrum. Hann hevur fylt teir við skynsemi á alskyns hagleiksskurði og smíði, á listvevnaði av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og á vanligum vevnaði – ja, til at fremja alskyns ídnað og til at upphugsa listaverk.
Tí skulu teir vinna at verkinum, Bezalel og Óhóliab og allir listakønir menn, ið Harrin hevur fylt við hagleiksanda og vitsku, so at teir í øllum verkum eru førir at gera halgidómin, eins og Harrin hevur boðið. Tá kallaði Móses til sín Bezalel og Óhóliab og allar listakønar menn, sum Harrin hevði givið vísdóm í hjartað, allar teir menn, sum av fúsum huga vildu fara undir verkið og vinna tað. Teir fingu av Mósesi allan tann offuravskurð, sum Ísraelsmenn vóru komnir við, til at vinna at tí verki at reisa halgidómin. Men við tað at teir framvegis á hvørjum morgni komu av sær sjálvum við gávum til hansara, tá komu allir hagleiksmenninir, ið fingust við at byggja halgidómin, hvør úr sínum starvi, sum teir fingust við, og søgdu við Móses: «Fólkið kemur við nógv meiri, enn tørvur er á til at vinna tað verk, ið Harrin hevur boðið at gera!» Tá beyð Móses at lata hesi boð fara um allar herbúðirnar: «Eingin, hvørki kallur ella kona, skal koma við meiri offuravskurði til halgidómsins!» Tá lætti fólkið av at koma við meiri. Tað, sum var givið, var nóg mikið til at fullgera tað verk, ið skuldi verða gjørt; ja, tað leyp av. Hinir listakønu, ið vunnu at verkinum, gjørdu nú tjaldtemplið úr tíggju tjalddúkum av tvinnaðum egyptiskum líni, av bláum purpuri og reyðum purpuri og skarlaki, á hesum tjalddúkum gjørdi hann listavovnar myndir av kerúbum. Hvør tjalddúkurin var tjúgu og átta alnir langur og fýra alnir breiður, allir javnstórir. Hann tengdi tjalddúkarnar saman fimm og fimm; og hann setti lykkjur av bláum purpuri eftir rondini á ytsta tjalddúkinum í øðrum samantengda dúkinum og somuleiðis lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki í hinum samantengda dúkinum. Fimmti lykkjur setti hann í annan dúkin og somuleiðis fimmti lykkjur í hin samsvarandi ytsta tjalddúk á hinum samantengda dúkinum, soleiðis at lykkjurnar sótu hvør áraka aðra. Síðan gjørdi hann fimmti krókar av gulli og tengdi við teimum tjalddúkarnar saman hvønn við annan, so at tjaldtemplið varð ein heild. Framvegis gjørdi hann tjalddúkar av geitarhári til at tjalda yvir tjaldtemplið við; av teimum gjørdi hann ellivu. Hvør tjalddúkurin var tríati alnir langur og fýra alnir breiður; allir ellivu javnstórir. Fimm tjalddúkar tengdi hann saman fyri seg og seks fyri seg. Eftir rondini á ytsta tjalddúki á hinum eina samantengda dúki setti hann fimmti lykkjur og somuleiðis fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki á øðrum samantengda dúki. Og hann gjørdi fimmti koparkrókar til at tengja tjaldið saman við, so at tað varð ein heild. Framvegis gjørdi hann yvir tjaldið tak av reyðlittum veðraskinnum og aftur oman yvir tí tak av sækúgvaskinnum. Síðan gjørdi hann á tjaldtemplinum tiljuborð av ákásiuviði, ið stóðu upp og niður; hvørt borðið tíggju alnir langt og hálvaaðru alin breitt. Á hvørjum borði gjørdi hann tvær sameindar stellingar. Soleiðis gjørdi hann við øll borð tjaldtempulsins. Og av borðunum, sum hann gjørdi á tjaldtemplinum, vóru tjúgu á suðursíðuni. Og undir teimum tjúgu borðunum gjørdi hann fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undirstabbar undir hvørjum borði, ein fyri hvørja stellingina. Somuleiðis gjørdi hann á norðursíðu tjaldtempulsins tjúgu borð og til teirra fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undir hvørt borðið. Og aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan gjørdi hann seks borð og somuleiðis aftantil á tjaldtemplinum úti við bæði hornini tvey borð, ið vóru tvíføld í neðra og alt upp at fyrsta ringi í erva. Soleiðis gjørdi hann bæði borðini á báðum hornunum. Borðini fyri vestan vóru soleiðis átta við undirstabbum sínum av silvuri, sekstan undirstabbum, tveimum undir hvørjum borði. Síðan festi hann á borðini øðrumegin á tjaldtemplinum fimm tvørtrø av ákásiuviði og somuleiðis á borðini hinumegin á tjaldtemplinum fimm tvørtrø, og á borðini aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan fimm tvørtrø. Og hann gjørdi miðtvørtræið, ið gekk tvørturum eftir miðjum borðum frá einum enda at øðrum. Borðini legði hann við gulli; og ringar teirra, sum tvørtrøini gingu ígjøgnum, gjørdi hann av gulli og legði eisini tvørtrøini við gulli. Síðan gjørdi hann fortjaldið av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, listvevnaður við myndum av kerúbum. Hann gjørdi til tess fýra stólpar av ákásiuviði og legði teir við gulli og snatar teirra av gulli og stoypti teimum fýra undirstabbar av silvuri. Síðan gjørdi hann fortjald fyri dyr tjaldsins av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, marglitt vovið; somuleiðis stólpar tess fimm og snatar teirra; stólpahøvdini og festi teirra legði hann við gulli, men undirstabbar teirra fimm vóru av kopari.
Og hann gjørdi brennioffuraltarið av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt og tríggjar alnir høgt. Á hvørt av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, ið var áfast við altarið; og hann legði tað við kopari. Síðan gjørdi hann øll amboð altarsins, pottar, eldspakar, offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess gjørdi hann úr kopari; og hann gjørdi um altarið rimaverk av kopari eins og rutt net og festi tað í neðra undir miðgjørðini, so at tað tók upp á hálvt altarið. Og hann stoypti fýra ringar á fýra hornum koparrimaverksins til at stinga stengurnar ígjøgnum. Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við kopari. Og hann koyrdi stengurnar gjøgnum ringarnar báðumegin altarið til at bera tað við; hann gjørdi altarið av borðum opið innan. Síðan gjørdi hann tváttarkerið av kopari við fóti av kopari úr speglum frá teimum kvinnum, ið gjørdu tænastu við dyr samfundartjaldsins. Og hann gjørdi forgarðin soleiðis: Sunnantil vóru tjøld fyri forgarðinum úr tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long, og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. Og somuleiðis vóru norðarumegin hundrað alnir long tjøld, tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. Og vestantil vóru fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum sínum og snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. Og somuleiðis frammantil – tann eystari endin – vóru fimmti alna long tjøld; har vóru øðrumegin inngongdina fimtan alna tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum; og somuleiðis hinumegin inngongdina fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum. Øll tjøld kring um forgarðin vóru av tvinnaðum egyptiskum líni, undirstabbarnir undir stólpunum av kopari, snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri, og høvdini á øllum stólpum forgarðsins og festi teirra vóru løgd við silvuri. Og tjaldváðin fyri inngongd forgarðsins var marglitt vovin úr bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, tjúgu alnir long og fimm alnir høg samsvarandi tjøldum forgarðsins eftir breiddini. Og teir fýra stólparnir og fýra undirstabbarnir, ið hoyrdu til, vóru av kopari, snatarnir av silvuri og stólpahøvd og festi teirra løgd við silvuri. Allir hælir tjaldtempulsins og forgarðsins alt íkring vóru av kopari. Hetta er kostnaðarætlanin á tjaldtemplinum, á vitnisburðartjaldtemplinum, sum Ítámar, sonur Árons prests, eftir boðum Mósesar læt Levitarnar búgva til. Bezalel Urison Hurssonar av Júda ætt hevði gjørt alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi; og við honum hevði verið Óhóliab Áhisamaksson av Dáns ætt, sum var hagur í alskyns skurðverki og til at upphugsa listaverk í marglittum vevnaði av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni. Alt tað gull, ið havt var til at smíða halgidómin við, allan sum hann var, og sum var givið í offurgávu, tað var tjúgu og níggju talentir og sjey hundrað og tríati siklar eftir halgidómsins virði. Og tað silvur, ið fekst við manntali savnaðarins, var eitt hundrað talentir og eitt túsund og sjey hundrað og sjeyti og fimm siklar í gulli eftir halgidómsins virði, ein beka ella hálvan sikul til mans eftir halgidómsins virði av øllum teimum, ið kannaðir vórðu, øllum tjúgu ára gomlum og eldri, tilsamans seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti mans. Eitt hundrað talentir í silvuri vórðu havdar til at stoypa undirstabbar halgidómsins og fortjaldsins við, hundrað undirstabbar fyri eitt hundrað talentir, ein undirstabbi fyri eina talent. Og av hinum eitt túsund, sjey hundrað og sjeyti og fimm siklum í silvuri gjørdi hann snatar á stólparnar og legði høvur teirra og festini á teimum við silvuri. Av kopari var givið í offurgávu sjeyti talentir og tvey túsund og fýra hundrað siklar; av tí gjørdi hann undirstabbarnar við dyr samfundartjaldsins, koparaltarið og rimaverkið av kopari, sum á tí var, og øll amboð altarsins; framvegis undirstabbar forgarðsins alt íkring og undirstabbarnar við inngongd forgarðsins, somuleiðis allar hælir tjaldtempulsins og hælir forgarðsins alt íkring.
Og av tí bláa purpurinum, tí reyða purpurinum og skarlakinum gjørdu teir skreytklæði til tænastuna í halgidóminum og gjørdu halgiklæði Árons, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Teir búðu til akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, við tað at teir dongdu gullið út í tunnar plátur og skóru tað sundur í træðrir, sum teir av einlistum vóvu upp í tað bláa purpurið, tað reyða purpurið, skarlakið og tað egyptiska línið. Og teir gjørdu á honum akslafesti til at stima báðar líningar hans. Og akullindin, sum á honum var til at gyrða hann at sær við, var áføst við hann og gjørd eins og hann av gulli, bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og teir gjørdu sjóhamsteinar groyptar í umgjørð av gulli og ristu á teir nøvn Ísraels sona, eins og rist verður á innsigli; teir lótu seta teir á akslafesti akulsins sum áminningarsteinar fyri Ísraelsmenn, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan gjørdu teir bróstskjøldurin av einlistum á sama hátt sum akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. Hann var fýrhyrntur; tvífaldan gjørdu teir bróstskjøldurin, eina løgd langan, eina løgd breiðan og tvífaldan. Og teir settu á hann fýra røð av steinum; í fyrsta raði karneol, tópas og smáragd; í øðrum raði rubin, saffir og jaspis; í triðja raði hýasint, ágat og ámetýst; í fjórða raði krýsolit, sjóham og ónýks, hvør steinur á sínum staði groyptur í umgjørð av gulli. Steinarnir vóru tólv samsvarandi nøvnum Ísraels sona, ein fyri hvørt navnið; ristir við nøvnum teirra, eins og innsigli verða rist, soleiðis at hvør steinur bar eitt av nøvnum Ísraels tólv ætta. Og teir gjørdu á bróstskjøldurin festi av skírum gulli, flættað, eins og reip verða løgd. Síðan gjørdu teir tvær umgjarðir av gulli og tveir ringar, sum teir festu á báðar líningar bróstskjaldarins. Og teir knýttu bæði gullfestini føst í hesar báðar ringar á líningum bróstskjaldarins. Og hinar báðar endarnar á báðum festunum knýttu teir upp í umgjarðirnar og bundu tey føst við akslafesti akulsins frammanvert á honum. Og teir gjørdu enn tveir ringar av gulli og festu teir í hinar báðar líningar bróstskjaldarins á tveir kantar hans, ið vendu inn ímóti aklinum. Og uppaftur gjørdu teir tveir ringar av gulli, sum teir knýttu upp í akslafesti akulsins í neðra frammantil á honum, har sum hann var stimaður, omanvert við akullindina. Og ringar bróstskjaldarins og ringar akulsins knýttu teir saman við festi av bláum purpuri, so at tað var omanvert við akullindina, til tess at bróstskjøldurin ikki skuldi dragna frá aklinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan gjørdu teir møttulin innan undir aklinum; hann var vovin og allur av bláum purpuri; mitt á møtlinum var hálsamunni á sama hátt sum á brynju við borda alt íkring, til tess at hann ikki skuldi skrædna. Og teir gjørdu kring undirfald møttulsins granatepli av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. Síðan gjørdu teir bjøllur av skírum gulli og settu tær millum granateplini allan vegin kring undirfald møttulsins, soleiðis at bjøllur og granatepli skiftu allan vegin kring undirfald møttulsins – til tænastuna, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og teir gjørdu til Áron og synir hansara kyrtlar, ið vóru vovnir úr egyptiskum líni, og somuleiðis vavhúgvur úr egyptiskum líni, skreythúgvur úr egyptiskum líni, línundirbrøkur úr tvinnaðum egyptiskum líni og marglitt vovið belti úr tvinnaðum egyptiskum líni, bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan gjørdu teir spongina, hitt heilaga ennislaðið, av skírum gulli og ristu á hana, eins og innsigli verður rist: «Halgaður Harranum». Og teir gjørdu purpurfesti á hana til at binda hana fasta við vavhúgvuna omantil, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Tá ið nú lokið var at smíða alt tjaldtemplið, alt samfundartjaldið, og Ísraelsmenn í øllum høvdu gjørt alt, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, tá flýggjaðu teir Mósesi tjaldtemplið, tjaldið og øll reiði tess, krókarnar, tiljuborðini, tvørtrøini, stólparnar og undirstabbarnar, takið av reyðlittum veðraskinnum og takið av sækúgvaskinnum, hitt innara fortjaldið, vitnisburðarørkina, stengur hennara, sáttarlokið, borðið og øll amboð tess, sýnisbreyðini, ljósastakan av skírum gulli við lampum, ið á hann skuldu setast, og øllum lutum sínum, oljuna til ljósastakan, gullaltarið og salvingaroljuna, hitt vælangandi roykilsið og tjaldváðina fyri dyr tjaldsins, koparaltarið og rimaverkið av kopari, beristengur tess og øll amboð og tváttarkerið við fóti sínum, tjøldini fyri forgarðinum, stólpar og undirstabbar teirra, tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins, reip teirra og hælir og øll amboð, ið nýtt verða til tænastuna í tjaldtemplinum, samfundartjaldinum, skreytklæðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, halgiklæðini hjá Ároni presti og prestatænastuklæði sona hans. Og Ísraelsmenn gjørdu alt verkið í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og tá ið Móses kannaði alt verkið, sí, tá høvdu teir gjørt tað í øllum, eins og Harrin hevði boðið. Síðan vælsignaði Móses teir.
Harrin talaði nú við Móses og segði: «Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skalt tú reisa tjaldtemplið, samfundartjaldið, og seta vitnisburðarørkina í tað og heingja fortjaldið fyri hana. Og tú skalt flyta borðið inn hagar og tilreiða tað, sum á tí skal vera, og somuleiðis flyta inn ljósastakan og seta lampurnar upp á hann. Roykilsisaltarið av gulli skalt tú seta fyri framman vitnisburðarørkina og heingja tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins; men brennioffuraltarið skalt tú seta fyri framman dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins. Tváttarkerið skalt tú seta millum samfundartjaldsins og altarsins og lata vatn upp í tað. Og tú skalt reisa forgarðin íkring og heingja upp tjaldváð fyri inngongd forgarðsins. Síðan skalt tú taka salvingaroljuna og salva tjaldtemplið og alt, sum í tí er, og halga tað og øll reiði tess, so at tað verður heilagt. Og tú skalt salva brennioffuraltarið og øll amboð tess og halga tað, so at tað verður háheilagt altar; somuleiðis skalt tú salva tváttarkerið og fót tess og halga tað. Síðan skalt tú leiða Áron og synir hans at durum samfundartjaldsins og tváa teimum við vatni. Og tú skalt lata Áron í halgiklæðini og salva hann og halga hann til at vera prestur fyri mær. Eisini synir hansara skalt tú leiða fram og lata teir í kyrtlarnar. Og eins og tú salvaði faðir teirra, skalt tú salva teir til at vera prestar fyri mær; og henda salving teirra skal veita teimum ævigt prestadømi ættarlið eftir ættarlið.» Móses gjørdi nú hetta; í øllum, so sum Harrin hevði boðið, gjørdi hann. Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar á øðrum ári varð tjaldtemplið reist. Og Móses reisti tjaldtemplið, setti undirstabbarnar, reisti tiljuborðini, stakk tvørstengurnar í og setti upp stólparnar, tandi tjalddúkin út yvir tjaldtemplið og legði taktjaldið oman yvir aftur teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, setti stengurnar í ørkina og legði sáttarlokið oman yvir hana. Ørkina flutti hann inn í tjaldtemplið, hongdi hitt innara fortjaldið uppfyri og huldi soleiðis vitnisburðarørkina, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og hann setti borðið inn í samfundartjaldið norðarumegin í tjaldtemplinum fyri uttan fortjaldið og legði breyðini á rað á tað frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og hann setti ljósastakan inn í samfundartjaldið fyri framman borðið sunnarumegin í tjaldtemplinum og setti upp lampurnar frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan setti hann upp gullaltarið í samfundartjaldinum fyri framman fortjaldið og brendi á tí vælangandi roykilsi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Tínæst hongdi hann tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins og setti upp brennioffuraltarið uttan fyri dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins, og ofraði á tí brennioffur og grónoffur, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan setti hann upp tváttarkerið millum samfundartjaldsins og altarsins og læt vatn upp í tað til at tváa sær við; Móses og Áron og synir hansara tváaðu hendur og føtur sínar í tí; hvørja ferð, ið teir gingu inn í samfundartjaldið og nærkaðust altarinum, tváaðu teir sær, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan reisti hann forgarðin kring um tjaldtemplið og altarið og hongdi upp tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins. Og tá hevði Móses lokið øllum verkinum. Tá huldi skýggið samfundartjaldið, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið; og Móses kundi ikki ganga inn í samfundartjaldið, tí skýggið huldi tað, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið. Men á allari ferð síni vóru Ísraelsmenn vanir at flyta úr stað hvørja ferð, tá ið skýggið hevjaðist upp frá tjaldtemplinum; men hevjaðist skýggið ikki upp, fóru teir ikki úr stað fyrr enn tann dag, tá ið tað aftur hevjaðist upp; tí at skýggj Harrans var yvir tjaldtemplinum um dagin, og um náttina glampaði eldur í skýgginum fyri eygum alra Ísraelsmanna á allari ferð teirra.
Harrin kallaði á Móses og talaði til hansara úr samfundartjaldinum og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Vil einhvør av tykkum frambera Harranum offurgávu av fenaði sínum, tá mega tit frambera offurgávu tykkara av stórdýrunum ella smalunum. Er offurgáva hansara brennioffur av stórdýrunum, skal tað vera av kallkyni og lýtaleyst; fram fyri dyr samfundartjaldsins skal hann leiða tað, so at tað má verða Harranum væltoknanligt. Og hann skal leggja hond sína á høvur brennioffurdjórsins, til tess at tað má gera hann væltoknaðan og veita honum sáttargerð. Síðan skal hann slátra ungneytið frammi fyri Harranum; men synir Árons, prestarnir, skulu frambera blóðið og støkkja tað íkring upp á altarið, sum stendur við dyr samfundartjaldsins. Og tá skal hann fletta brennioffurdjórið og lima tað sundur í lutir, men synir Árons, prestarnir, skulu kynda eld á altarinum og leggja við á eldin. Og synir Árons, prestarnir, skulu leggja limirnar saman við høvdi og mørum oman á viðin, ið lagdur er á altareldin; men indrini og føturnar skal hann tváa í vatni; og síðan skal presturin brenna tað alt samalt á altarinum sum brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar. Er offurgávan, ið hann ætlar at frambera sum brennioffur, av smáfenaðinum, av seyðunum ella geitunum, tá skal tað vera av kallkyni og lýtaleyst. Hann skal slátra tað norðanvert við altarið frammi fyri Harranum; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið av tí upp á altarið alt íkring. Síðan skal hann lima tað sundur í lutir, og presturin skal leggja lutirnar saman við høvdi tess og mørum oman á viðin, ið lagdur er á altareldin; men indrini og føturnar skal hann tváa í vatni; og síðan skal presturin frambera tað alt samalt og brenna tað á altarinum; tað er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar. Vil hann frambera Harranum brennioffur av fuglum, tá taki hann sum offurgávu turtildúgvu ella dúgvuunga; presturin skal taka fuglin at altarinum, slíta høvdið av honum og brenna tað sum roykoffur á altarinum og kroysta blóðið upp á altarsíðuna. Og hann skal taka út kjósina við gorinum og tveita hana eystur um altarið, har sum øskan verður koyrd. Síðan skal hann bróta veingirnar, tó ikki slíta teir leysar frá; og presturin skal bera tað fram sum brennioffur á altarinum, á viðinum yvir eldinum; tað er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar.
Vil maður bera Harranum grónoffur, tá skal offurgáva hansara vera av fínum mjøli; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná og fáa sonum Árons, prestunum, tað; og presturin skal taka ein neva av mjølinum og oljuni og alt roykilsið, tað, ið ofrað skal verða av grónofrinum, og bera tað fram sum áminningaroffur á altarinum, sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur. Men tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans. Vilt tú frambera grónoffur av tí, sum í ovni er bakað, tá skal offurgáva tín vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju. Er offurgáva tín grónoffur, sum er bakað á rist, tá skal tað vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju; tú skalt mala tað sundur og hella olju út yvir tað; tað er grónoffur. Men er offurgáva tín grónoffur, tilreitt á pannu, tá skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju. Grónofrið, sum er tilreitt á henda hátt, skalt tú bera Harranum; tað skal verða fingið prestinum; og presturin skal bera tað fram at altarinum. Og presturin skal taka burtur av grónofrinum áminningaroffur og ofra tað á altarinum sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur; og tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans. Einki grónoffur, sum tit frambera Harranum, má vera súrgað; tí at einki av súrdeiggi ella hunangi mega tit ofra Harranum sum eldoffur; sum frumgróðraroffurgávu mega tit frambera Harranum tað, men tit skulu ikki lata tað koma upp á altarið sum vælangandi royk. Í allar grónoffurgávur tínar skalt tú koyra salt; tú mást ikki lata grónofri tínum vanta salt sáttmála Harrans; við øllum offurgávum tínum skalt tú frambera salt. Vilt tú frambera Harranum frumgróðrargrónoffur, tá skal tað, ið tú frambert sum grónoffur av frumgróðri tínum, vera øks, sviðin í eldi, skrudd og av nýskornum korni; tú skalt hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná; tað er grónoffur. Og sum áminningaroffur skal presturin ofra nakað av tí skrudda korninum og nakað av oljuni saman við øllum roykilsinum; tað er eldoffur Harranum til handar.
Er offurgáva hansara takkaroffur, tikið av stórdjórum, tá skal tað, sum hann ofrar Harranum, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst; hann skal leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið upp á altarið alt íkring. Síðan skal hann sum eldoffur ofra Harranum nakað av takkarofrinum: netjuna, sum er á indrunum, og allan mørin á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum; og synir Árons skulu brenna tað oman á brenniofrinum, ið liggur á viðinum yvir eldinum; tað er eldoffur, Harranum vælangandi roykur. Men er offurgávan, ið hann ætlar Harranum sum takkaroffur, av smáfænum, tá skal tað, sum hann framber, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst. Er tað lamb, ið hann vil frambera sum offurgávu, skal hann leiða tað fram fyri Harran; síðan skal hann leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av tí upp á altarið alt íkring. Síðan skal hann av takkarofrinum ofra Harranum sum eldoffur tað feita, feithalan allan, ið skal vera skorin frá við halabeinið, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum. Og presturin skal brenna tað á altarinum sum breyðeldoffur fyri Harranum. Er offurgáva hansara geit, skal hann leiða hana fram fyri Harran; og hann skal leggja hond sína á høvur hennara og slátra hana við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av henni upp á altarið alt íkring. Síðan skal hann av tí frambera sum offurgávu sína, sum eldoffur til Harrans, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum. Og presturin skal brenna tað á altarinum; tað er breyðeldoffur, vælangandi roykur. Allir mørir hoyra Harranum til. Hetta skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið á øllum bústøðum tykkara: Ongan mør og einki blóð mega tit eta!»
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn: Syndar maður av misgáu ímóti boðum Harrans og brýtur eitt av teimum, skal verða farið fram á henda hátt: Er tað salvaður prestur, ið við synd síni hevur leitt syndarsekt yvir fólkið, skal hann fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, ofra Harranum lýtaleysan ungan tarv sum syndaoffur; hann skal leiða tarvin fyri dyr samfundartjaldsins, fram fyri Harran, leggja hond sína á høvur hans og slátra hann frammi fyri Harranum. Síðan skal hin salvaði presturin taka av blóði tarvsins og bera tað inn í samfundartjaldið. Og presturin skal drepa fingur sín niður í blóðið og støkkja av tí frammi fyri Harranum sjey ferðir framman fyri fortjald halgidómsins; síðan skal presturin rýða nakað av blóðinum upp á hornini á roykilsisaltarinum, sum stendur í samfundartjaldinum frammi fyri Harranum; men alt hitt blóðið av tarvinum skal hann úthella í neðra upp á brennioffuraltarið, ið stendur uttan fyri dyr samfundartjaldsins; men alt tað feita skal hann taka úr syndaoffurtarvinum, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum, á sama hátt sum tað verður tikið út úr takkaroffuroksanum; og presturin skal brenna tað á brennioffuraltarinum; men húð tarvsins og alt kjøtið, høvdið, føturnar, indrini, gorið, allan tarvin, sum hann er, skal hann flyta út um herbúðirnar á óreinan stað, har ið øskan verður koyrd, og brenna hann á viðabáli; har, ið øskan verður koyrd, skal hann verða brendur. Er tað alt Ísraels fólk, sum av misgáu syndar, og teir bróta eitt av boðum Harrans – uttan at tað verður savnaðinum kunnugt – og falla soleiðis í syndasekt, tá skal savnaðurin, tá ið syndin, ið teir hava gjørt, er vorðin kunn, taka ungan tarv sum syndaoffur og leiða hann fram fyri samfundartjaldið; og hinir elstu savnaðarins skulu leggja hendur sínar á høvur tarvsins frammi fyri Harranum; síðan skal tarvurin verða slátraður frammi fyri Harranum. Tínæst skal hin salvaði presturin taka av blóði tarvsins inn í samfundartjaldið; og presturin skal drepa fingur sín niður í blóðið og støkkja tað sjey ferðir frammi fyri Harranum framman fyri fortjaldið; nakað av blóðinum skal hann rýða á horn altars tess, ið stendur frammi fyri Harranum í samfundartjaldinum; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra á brennioffuraltarið, sum stendur uttan fyri dyr samfundartjaldsins. Og hann skal taka alt tað feita úr tarvinum og brenna tað á altarinum, og síðan skal hann gera við tarvin eins og við hin áðurnevnda syndaoffurtarvin. Soleiðis skal presturin veita teimum sáttargerð, so at teir fáa fyrigeving. Síðan skal hann flyta tarvin út um herbúðirnar og brenna hann á sama hátt sum hin fyrra tarvin; tað er syndaoffur savnaðarins. Men er tað høvdingi, ið syndar av misgáu og brýtur eitthvørt av boðum Harrans Guðs síns og fellur í sekt, og synd hans, ið hann hevur gjørt, verður honum kunn, tá skal hann frambera lýtaleysan geitarhavur sum offurgávu. Og hann skal leggja hond sína á høvur geitarhavursins og slátra hann har, sum brenniofrið verður slátrað, frammi fyri Harranum. – Tað er syndaoffur. Síðan skal presturin taka upp á fingurin av blóði syndaoffursins og rýða tað á horn brennioffuraltarsins; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra upp á brennioffuraltarið; men allan mørin úr honum skal hann brenna á altarinum á sama hátt sum mørir takkaroffursins. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð fyri synd hansara, so at honum verður fyrigivið. Um einhvør almúgumaður syndar av misgáu við at bróta eitthvørt av boðum Harrans og verður sekur, og tann synd, sum hann hevur gjørt, verður honum kunn, tá skal hann frambera lýtaleysa geit sum offurgávu fyri ta synd, ið hann hevur gjørt. Hann skal leggja hond sína á høvur syndaoffursins og slátra tað har, sum brenniofrið verður slátrað; og presturin skal taka upp á fingurin av blóði tess og rýða tað á horn brennioffuraltarsins; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra upp á altarið; alt tað feita skal hann taka út, á sama hátt sum tað var tikið út úr takkarofrinum, og presturin skal brenna tað á altarinum sum vælangandi royk til Harrans. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð, so at honum verður fyrigivið. Er lamb offurgávan, ið hann vil frambera sum syndaoffur, tá skal hann koma við lýtaleysum kvenndjóri. Hann skal leggja hond sína á høvur syndaoffursins og slátra tað sum syndaoffur, har sum brenniofrið verður slátrað; síðan skal presturin taka upp á fingurin av blóði syndaoffursins og rýða tað á horn brennioffuraltarsins; men alt hitt blóðið skal hann úthella í neðra upp á altarið; men alt tað feita skal hann taka úr, eins og tað varð tikið út úr takkaroffurlambinum; og presturin skal brenna tað á altarinum oman á eldofrum Harrans. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð fyri ta synd, ið hann hevur gjørt, so at honum verður fyrigivið.
Tá ið einhvør syndar, við tað at hann hoyrdi bølbiðing og átti at verið vitni, av tí at hann var sjálvur ástaðis ella á annan hátt veit um tað, og kortini einki sigur og soleiðis fellur í sekt, ella hann uttan at vita av tí nertur við okkurt óreint, hvørt tað er ræ av óreinum villdjóri ella ræ av óreinum fenaði ella ræ av óreinum skriðkykti og seinni verður tess varur og veit seg sekan, ella hann uttan at vita av tí nertur við okkurt óreint hjá monnum, hvat óreinleiki tað enn er, ið hann verður óreinur av, og seinni verður tess varur og veit seg sekan, ella hann uttan at geva sær far um tað svør í gáloysi um at gera eitthvørt, gott ella ilt, hvat tað nú kann vera, sum maður í gáloysi svør, og seinni verður tess varur og veit seg sekan í einumhvørjum av hesum, tá skal hann, um hann veit seg sekan í onkrum av hesum, játta ta synd, sum hann hevur leitt yvir seg, og frambera Harranum í sektarbót fyri ta synd, ið hann hevur gjørt, eitt kvenndjór úr fylginum, ær ella geit, sum syndaoffur. Tá skal presturin veita honum sáttargerð fyri synd hans. Men eigur hann ikki fyri seyð, tá skal hann í sektarbót fyri synd sína frambera Harranum tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, annan sum syndaoffur og hin sum brennioffur; tær skal hann fáa prestinum, og presturin skal fyrst frambera hana, ið var ætlað sum syndaoffur; hann skal kippa hana tætt við nakkan uttan at slíta høvdið av og síðan støkkja av blóði syndaoffursins upp á altarsíðuna; men alt tað, sum eftir er av blóðinum, skal verða kroyst út í neðra upp á altarið. Tað er syndaoffur. Hina skal hann tilreiða sum brennioffur á rættan hátt. Soleiðis skal presturin veita honum sáttargerð fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, so at honum verður fyrigivið. Men eigur hann ikki fyri tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, skal hann í offurgávu fyri synd sína frambera sum syndaoffur av fínum mjøli ein tíggjunda part av eini efu; men hann má ikki hella olju í tað, heldur ikki leggja roykilsi oman á tað; tí at tað er syndaoffur; og hann skal bera prestinum tað, og presturin skal taka av tí upp í fullan neva til áminningaroffur og brenna tað á altarinum oman á eldofrum Harrans; tað er syndaoffur. Og presturin skal veita honum sáttargerð fyri ta synd, sum hann hevur gjørt í onkrum av hesum dømum, so at honum verður fyrigivið. Men tað, ið eftir er, skal presturin fáa á sama hátt sum við grónofrinum.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Fer einhvør við svikum og syndar av misgáu móti halgigávum Harrans, tá skal hann í sektarbót frambera Harranum sum sektaroffur av smáfenaði sínum lýtaleysan veðr, sum í minsta lagi er verdur tveir siklar í silvuri eftir halgidómsins virði; og umframt at endurgjalda tað, sum hann hevur syndað ímóti halgidóminum, skal hann í viðbót geva fimting av virði tess; hann skal geva prestinum tað, og presturin skal við sektaroffurveðrinum veita honum sáttargerð, so at honum verður fyrigivið. Um einhvør syndar við at bróta okkurt av boðum Harrans uttan at vita av tí og verður sekur og leiðir misgerðir yvir seg, tá skal hann av smáfenaði sínum fáa prestinum lýtaleysan veðr, fulltiknan sum sektaroffur; og presturin skal veita honum sáttargerð fyri ta misgáusynd, sum hann uttan at vita av tí hevur gjørt, til tess at honum verður fyrigivið. Tað er sektaroffur; hann er vissuliga vorðin sekur fyri Harranum.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Syndar einhvør og fer við svikum ímóti Harranum við at taka burtur av tí, sum tjóðfelagi hansara hevur givið honum í varðveitslu ella í veð, ella við at ræna og við órætti at taka nakað frá tjóðfelaga sínum, ella hann finnur nakað, sum er mist, og ikki vil vera við tað, ella hann við rongum eiði sigur seg ósekan í einihvørjari av øllum hesum syndum, ið menn gera, tá skal hann, tá ið hann hevur syndað og veit seg sekan, bera aftur tað, sum hann hevur rænt, ella tað, sum hann hevur tikið við órætti, ella tað, sum var givið honum í varðveitslu, ella tað farna, ið hann hevur funnið, ella hvat tað enn er, ið hann hevur gjørt rangan eið upp á; hann skal endurgjalda fulla virði tess og fimting í viðbót og flýggja eigaranum tað á sama degi, sum hann framber sektaroffur sítt. Men í sektarbót til Harrans skal hann av smáfenaði sínum flýggja prestinum lýtaleysan veðr, fulltiknan sum sektaroffur. Og presturin skal veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum, so at honum verður fyrigivið alt tað, sum menn gera seg sekar í.»
Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Bjóða Ároni og sonum hansara og sig: Hetta er lógin um brenniofrið. Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina til um morgunin, og altareldurin skal verða hildin í lívi við tí. Síðan skal presturin fara í línklæði síni og hylja blygd sína við línbrókum sínum og taka burtur øskuna eftir brenniofrið, sum eldurin hevur týnt á altarinum, og leggja hana við altarið. Síðan skal hann fara úr klæðunum og lata seg í onnur klæði og bera øskuna út um herbúðirnar á óreinan stað. Men eldurin á altarinum skal verða hildin í lívi við tí; hann má ikki slokna; presturin skal hvønn morgun leggja við aftur at eldinum, leggja brenniofrið oman á viðin og brenna tað feita úr takkarofrunum á honum. Eldurin skal altíð brenna á altarinum; hann má ongantíð kólna út. Hetta er lógin um grónofrið: Synir Árons skulu bera tað fram fyri Harran at altarinum; og presturin skal av grónofrinum taka upp í fullan nevan av fínum mjøli og olju og somuleiðis alt roykilsið, sum við tí fylgir, og brenna tað á altarinum sum vælangandi royk, sum áminningaroffur fyri Harranum. Men tað, ið eftir verður av tí, skulu Áron og synir hans eta; sum ósúrgaðar køkur skal tað verða etið á heilagum staði; í forgarði samfundartjaldsins skulu teir eta tað. Tað má ikki verða bakað við súrdeiggi; eg gevi teimum tað sum teirra lut av eldofrum mínum; tað er háheilagt eins og syndaofrið og sektarofrið. Alt kallkyn av Árons eftirkomarum má eta av tí; hesin lutur av eldofrum Harrans skal eftir ævigari skipan ognast teimum ættarlið eftir ættarlið. Hvør, ið nertur við hetta, verður heilagur.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Hetta er tann offurgáva, sum Áron og synir hansara skulu frambera Harranum: Tíggjunda partin av eini efu av fínum mjøli sum dagligt grónoffur, annan helmingin um morgunin og hin um kvøldið. Tað skal verða elt í olju og bakað á rist; og tá ið tú hevur brotið tað í molar, skalt tú koma við tí; grónoffur, sum brotið er í molar, skalt tú frambera sum vælangandi royk fyri Harranum. Tann av sonum hansara, ið verður salvaður til prests í hansara stað, skal tilreiða tað; eftir ævigari skipan skal tað lutast Harranum; tað skal brennast, alt sum tað er; øll grónoffur frá prestum skulu vera heiloffur; tey mega ikki verða etin.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala við Áron og synir hansara og sig: Hetta er lógin um syndaofrið: Á sama staði, har brenniofrið verður slátrað, skal syndaofrið verða slátrað frammi fyri Harranum; tað er háheilagt; presturin, ið framber syndaofrið, skal eta tað á heilagum staði; í forgarði samfundartjaldsins skal tað verða etið. Hvør, ið nertur við kjøtið av tí, verður heilagur; og um nakað av blóði tess slettist upp á klæðini, tá skal tað klæði, sum blóð hevur sletst upp á, verða tváað á heilagum staði. Verður kjøtið soðið í leiríláti, skal ílátið verða sundurbrotið og verður tað soðið í koparíláti, skal tað verða skúrað og skolað í vatni. Einans kallmenn av húskjum prestanna mega eta tað; tað er háheilagt. Men einki syndaoffur má verða etið, um blóð tess hevur verið borið inn í samfundartjaldið til at veita sáttargerð í halgidóminum. Tað skal brennast upp.
Hetta er lógin um sektarofrið. – Tað er háheilagt. Á sama staði, har brenniofrið verður slátrað, skal sektarofrið verða slátrað, og blóðið av tí skal verða støkt á altarið alt íkring; alt tað feita úr tí skal verða ofrað, feithalin, netjan, sum er á indrunum, allir mørirnir, sum eru á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørum, tálgin har, og livrarbroddurin, sum skal verða skorin frá nýrunum. Og presturin skal brenna tað á altarinum sum eldoffur fyri Harranum. Tað er sektaroffur. Allir kallmenn av húskjum prestanna mega eta tað; á heilagum staði skal tað verða etið; tað er háheilagt. Tað er við sektarofrinum eins og við syndaofrinum, sama skipan er um bæði: Tað skal lutast tí presti, sum veitir sáttargerð við tí. Og presturin, ið framber brennioffur fyri einhvønn mann, skal eiga húðina av tí brenniofri, sum hann framber. Hvørt grónoffur, sum bakað er í ovni ella tilreitt á pannu ella á rist, skal lutast tí presti, ið framber tað. Men hvørt grónoffur, sum er elt við olju ella turt, skal lutast øllum sonum Árons, einum so væl sum øðrum. Hetta er lógin um takkarofrið, ið verður framborið Harranum: Hann, ið framber tað sum lovoffur, skal umframt slátrið, ið hoyrir til lovoffur hansara, frambera ósúrgaðar køkur, rørdar við olju, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju, og oljublandaðar køkur, knoðaðar úr hveitimjøli; saman við køkum úr súrgaðum deiggi skal hann frambera offurgávu sína sum lovtakkaroffur sítt. Av tí skal hann sum offuravskurð frambera Harranum eina køku av hvørji offurgávu síni; hon skal lutast prestinum, ið støkkir blóðið av takkarofrinum á altarið; men kjøtið av lovtakkarofri hans skal verða etið á sjálvum offurdegnum; einki má verða leivt til morgunin eftir. Er offurgáva hansara heitoffur ella sjálvboðið offur, skal slátrið av tí verða etið á sjálvum offurdegnum, men tað, sum eftir verður av tí, má tá verða etið dagin eftir; men tað, sum eftir verður av offurkjøtinum, skal verða brent upp á triðja degi. Verður nakað av kjøti takkaroffursins etið á triðja degi, veitir tað honum, ið framber tað, ongan tokka hjá Guði; tað verður ikki fulltikið fyri offur; tað er óreint kjøt; hvør, ið etur av tí, skal bøta fyri misgerð sína. Kjøt, sum er komið aftur at onkrum, sum óreint er, má ikki verða etið; tað skal brennast. Men hvør, ið reinur er, má eta kjøtið. Hvør, sum etur kjøt av takkarofrum Harrans, meðan hann hevur óreinleikan á sær, skal verða oyddur úr tjóð síni. Hvør, ið nertur við nakað óreint, hvørt tað er við óreinan mann ella óreint djór ella við okkurt óreint skriðkykt, og kortini etur kjøt av takkarofrum Harrans, hann skal verða oyddur úr tjóð síni.» Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig: Einki feitt úr neyti, seyði ella geit mega tit eta. Mørin av sjálvdeyðum og deyðaskræddum djórum kunnu tit nýta í øllum virki, tó mega tit á ongum sinni eta tað. Tí at hvør, ið etur tað feita úr teimum djórum, ið verða framborin sum eldoffur til Harrans – hann, ið etur tað, skal verða oyddur úr tjóð síni. Hvar ið tit enn búgva, mega tit aldri eta nakað blóð, hvørki av fuglum ella fenaði. Hvør, ið etur nakað blóð, skal verða oyddur úr tjóð síni.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið maður framber Harranum takkaroffur, skal hann av takkarofri sínum veita Harranum ta offurgávu, ið honum sømir. Við egnum hondum skal hann frambera eldoffur Harrans; tí feita og bringuni skal hann koma við, bringuni til tess at reiggja henni sum reiggioffur frammi fyri Harranum. Og presturin skal brenna tað feita á altarinum, men bringan skal lutast Ároni og sonum hans. Og umframt tað skulu tit av takkarofrum tykkara geva prestunum høgra tjógvið sum offuravskurð. Tann av sonum Árons, ið framber blóðið og tað feita úr takkarofrinum, skal fáa høgra tjógvið í sín lut. Tí at reiggibringuna og offuravskurðartjógvið taki eg av takkarofrum Ísraelsmanna og lati Áron prest og synir hansara fáa tey sum ævig lunnindi frá Ísraelsmonnum.» Hetta er tað, sum lutaðist Ároni og sonum hansara av eldofrum Harrans á tí degi, tá ið hann setti teir í prestaembæti at tæna fyri Harranum, tað, ið Harrin á tí degi, tá ið hann salvaði teir, beyð at geva teimum sum ævig lunnindi frá Ísraelsmonnum, ættarlið eftir ættarlið. Hetta er lógin um brenniofrið, syndaofrið, sektarofrið, vígsluofrið og takkarofrið, sum Harrin legði fyri Móses á Sinai fjalli á tí degi, tá ið hann beyð Ísraelsmonnum at frambera Harranum offurgávur sínar í Sinai oyðimørk.
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tak við tær Áron og synir hans, klæðini og salvingaroljuna, syndaoffurtarvin, báðar veðrarnar og tæguna við ósúrgaðum breyðum og stevn øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins!» Móses gjørdi tá, eins og Harrin hevði boðið honum, og stevndi øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins. Og Móses segði við savnaðin: «Hetta hevur Harrin boðið at gera.» Síðan leiddi Móses Áron og synir hans fram og tváaði teir við vatni. Og hann legði kyrtilin yvir hann, gyrdi hann við beltinum, læt hann í møttulin, legði yvir hann akulin og gyrdi hann við akullindini og bant við henni akulin at honum. Síðan festi hann á hann bróstskjøldurin og legði Urim og Tummim í bróstskjøldurin, setti vavhúgvuna um høvur hans og festi framman á vavhúgvuni gullspongina, hitt heilaga ennislaðið, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og Móses tók salvingaroljuna og salvaði tjaldtemplið og alt, sum í tí var, og halgaði tað; hann støkti olju sjey ferðir upp á altarið og salvaði altarið og øll amboð tess, tváttarkerið og fót tess til tess at halga tey. Síðan helti hann salvingarolju út yvir Áron og salvaði hann til tess at halga hann. Tá leiddi Móses fram synir Árons og læt teir í kyrtlar, gyrdi teir við belti og bant høvuðbúnar á teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan leiddi hann fram syndaoffurtarvin, og Áron og synir hansara løgdu hendur sínar á høvur syndaoffurtarvsins. Móses slátraði hann og tók blóðið og rýddi nakað av tí við fingrinum upp á altarhornini íkring og reinsaði altarið frá synd; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið og halgaði tað við at veita tí sáttargerð. Síðan tók hann allan mørin, ið var í indrunum og livrarbroddin, bæði nýruni við nýrumørum og brendi tað á altarinum. Men tarvin sjálvan, húðina, kjøtið og gorið brendi hann í eldi uttan fyri herbúðirnar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. So leiddi hann fram brennioffurveðrin, og Áron og synir hans løgdu hendur sínar á høvdið á veðrinum. Og Móses slátraði hann og støkti blóðið upp á altarið runt um, og hann limaði veðrin sundur í lutir og brendi høvdið, lutirnar og mørin, men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi síðan allan veðrin á altarinum; tað var brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Síðan leiddi hann fram hin veðrin, vígsluveðrin; og Áron og synir hansara løgdu hendur sínar á høvdið á veðrinum; og Móses slátraði hann og rýddi av blóði hans upp á høgru oyrnalippu Árons og á høgra tummil og høgru stórutá hans. So leiddi Móses fram synir Árons og rýddi av blóðinum upp á høgru oyrnalippur teirra og á høgru tumlar og høgru stórutær teirra; men tað, sum eftir var av blóðinum, støkti hann upp á altarið runt um. Tínæst tók hann tað feita og feithalan, allan mørin, sum var á indrunum, livrarbroddin og bæði nýruni við nýrumørum og høgra tjógv, og somuleiðis tók hann úr tæguni, ið stóð við ósúrgaðum breyði frammi fyri Harranum, eina ósúrgaða køku, eina oljubreyðkøku og eina flatkøku, legði tað oman á mørirnar og høgra tjógvið og læt tað síðan alt samalt upp í hendurnar á Ároni og sonum hans til tess at lata teir reiggja tí frammi fyri Harranum. So tók Móses tað aftur av hondum teirra og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum. Tað var vígsluoffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar. Tínæst tók Móses bringuna og reiggjaði henni frammi fyri Harranum; hana fekk Móses av vígsluveðrinum í sín lut, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og Móses tók av salvingaroljuni og av blóðinum, ið var á altarinum, og støkti tað á Áron og klæði hans og somuleiðis á synir hans og klæði teirra og halgaði soleiðis Áron og klæði hans og somuleiðis synir hans og klæði teirra. Og Móses segði við Áron og synir hans: «Sjóðið kjøtið fyri durum samfundartjaldsins og etið tað har aftur við breyði úr vígslutæguni samsvarandi hesum boði, sum mær var givið: Áron og synir hansara skulu eta tað! Men tað, sum av loypur av kjøtinum og breyðinum, skulu tit brenna upp. Í sjey dagar skulu tit ikki fara frá durum samfundartjaldsins, til vígsludagar tykkara eru at enda, tí at sjey dagar skal vígsla tykkara vara. Eins og gjørt hevur verið í dag, býður Harrin at gera framvegis til tess at veita tykkum sáttargerð. Tit skulu í sjey dagar dvølja við dyr samfundartjaldsins bæði dag og nátt og varðveita boðorð Harrans, so at tit ikki týna lívið; tí at soleiðis hevur mær verið boðið!» Og Áron og synir hans gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Á áttanda degi kallaði Móses Áron og synir hans og Ísraels elstu til sín og segði við Áron: «Tak tær kálv sum syndaoffur og veðr sum brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri Harran og sig við Ísraelsmenn: Takið tykkum geitarhavur sum syndaoffur og kálv og lamb, bæði veturgomul og lýtaleys, sum brennioffur og somuleiðis oksa og veðr sum takkaroffur til at slátra frammi fyri Harranum og grónoffur blandað við olju; tí at í dag man Harrin birtast fyri tykkum.» Tá tóku teir tað, sum Móses hevði sagt, og komu við tí fram at samfundartjaldinum; og allur savnaðurin kom og tók støðu frammi fyri Harranum. Og Móses segði: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið; gerið tað, so man dýrd Harrans birtast fyri tykkum.» Síðan segði Móses við Áron: «Gakk fram at altarinum og ofra syndaoffur títt og brennioffur títt og veit sáttargerð fyri teg og hús títt; framber tínæst offurgávu fólksins og veit teimum sáttargerð, eins og Harrin hevur boðið!» Tá gekk Áron fram at altarinum og slátraði kálvin, ið honum var ætlaður sum syndaoffur; synir Árons rættu honum blóðið, og hann drap fingurin niður í tað og rýddi tað upp á horn altarsins; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið. Og mørirnar, nýruni og livrarbroddin úr syndaofrinum brendi hann á altarinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Men kjøtið og húðina brendi hann upp fyri uttan herbúðirnar. Síðan slátraði hann brenniofrið; synir Árons rættu honum blóðið, og hann støkti tað upp á altarið runt um. So fingu teir honum brenniofrið í stykkjum og somuleiðis høvdið, og hann brendi tað á altarinum. Men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum. Tínæst frambar hann offurgávu fólksins; fyrst tók hann havurin, ið var ætlaður fólkinum sum syndaoffur, slátraði hann og ofraði hann sum syndaoffur á sama hátt sum hin fyrra. Somuleiðis frambar hann brenniofrið og ofraði tað á rættan hátt. Tínæst frambar hann grónofrið, tók upp í nevan av tí og brendi tað á altarinum umframt hitt dagliga morgunbrenniofrið. Síðan slátraði hann oksan og veðrin sum takkaroffur fyri fólkið; og tá ið synir Árons høvdu rætt honum blóðið, sletti hann tað upp á altarið runt um, og tað feita úr oksanum og veðrinum, feithalan og mørirnar á indrunum, nýruni og livrarbroddin, alt hetta feita løgdu teir oman á bringurnar og brendu tað á altarinum; men bringunum og høgra tjógvi reiggjaði Áron frammi fyri Harranum, eins og Móses hevði boðið. Síðan lyfti Áron upp hendur sínar yvir fólkið og vælsignaði tað; og tá ið hann hevði framborið syndaofrið, brenniofrið og takkarofrið, steig hann niður aftur. Tá gingu Móses og Áron inn í samfundartjaldið; og tá ið teir komu út aftur, vælsignaðu teir fólkið, og tá birtist dýrd Harrans fyri øllum fólkinum. Men eldur gekk út frá Harranum og oyddi brenniofrið og mørirnar á altarinum. Og tá ið alt fólkið sá tað, hevjaðu tey fagnaðarróp og fullu fram á ásjón sína.
Men Nádab og Ábihu, synir Árons, tóku hvør sína eldpannu og lótu gløður upp í tær, løgdu síðan roykilsi oman á tær og bóru fram fyri Harran fremmandan eld, sum hann ikki hevði boðið teimum. Tá gekk eldur út frá ásjón Harrans og oyddi teir; og teir doyðu har frammi fyri Harranum. Tá segði Móses við Áron: «Hetta var tað, sum Harrin talaði um, tá ið hann segði: Eg sýni heilagleika mín á teimum, ið mær standa nær, og lati dýrd mína birtast fyri øllum fólkinum.» Tá tagdi Áron. Og Móses kallaði á Misjael og Elzafan, synir Uzziels, faðirbróður Árons, og segði við teir: «Komið og berið frændur tykkara burtur frá halgidóminum út um herbúðirnar!» Og teir komu og bóru teir í kyrtlum teirra út um herbúðirnar, eins og Móses hevði sagt. Síðan segði Móses við Áron og við Eleazar og Ítámar, synir hans: «Hvørki mega tit ganga ógreiddir ella skræða klæði tykkara sundur, at tit ikki skulu týna lívið; og vreiði koma oman yvir allan savnaðin. Latið frændur tykkara og alt Ísraels hús gráta yvir tann brand, sum Harrin hevur kveikt; men farið tit ikki burtur frá durum samfundartjaldsins, at tit ikki skulu týna lívið; tí salvingarolja Harrans er á tykkum!» Teir gjørdu tá, sum Móses segði. Og Harrin talaði við Áron og segði: «Vín og sterkan drykk mega hvørki tú ella synir tínir drekka, tá ið tit ganga inn í samfundartjaldið, at tit ikki týna lívið; tað skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið, til tess at tit mega gera greinarmun á tí, sum heilagt er og tí, sum óheilagt er, á reinum og óreinum og kenna Ísraelsmonnum allar tær fyriskipanir, sum Harrin hevur givið teimum við Mósesi!» Og Móses segði við Áron og við Eleazar og Ítámar, synir hans, ið eftir vóru á lívi: «Takið grónofrið, sum eftir er av eldofri Harrans, og etið tað ósúrgað við altarið; tí at tað er háheilagt. Tit skulu eta tað á heilagum staði, tí at tað er tann lutur av eldofrum Harrans, ið tær og sonum tínum er tilskilaður; tí at soleiðis hevur mær verið boðið. Og reiggibringuna og offuravskurðartjógvið skulu tit eta á reinum staði, tú og synir tínir og døtur tínar; tí at tað er tann lutur av takkarofrum Ísraelsmanna, sum tær og sonum tínum er tilskilaður. Offuravskurðartjógvið og reiggibringuna skulu teir frambera saman við teimum mørum, ið ætlaðir eru sum eldoffur, og reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tað skal eftir ævigum løgmáli lutast tær og sonum tínum, eins og Harrin hevur boðið!» Og Móses sóknaðist nú eftir syndaoffurhavrinum; og tá ið hann sá, at hann var uppbrendur, reiddist hann inn á Eleazar og Ítámar, synir Árons, ið eftir vóru á lívi, og segði: «Hví hava tit ikki etið syndaofrið á heilagum staði? Tað er jú háheilagt; og hann hevur givið tykkum tað til at taka burtur misgerð savnaðarins og veita teimum sáttargerð frammi fyri Harranum! Sí, blóðið av tí varð ikki borið inn í halgidómin, tí áttu tit at etið tað á heilagum staði, eins og eg havi boðið!» Men Áron svaraði Mósesi: «Teir hava í dag framborið syndaoffur og brennioffur síni frammi fyri Harranum, og kortini hevur hetta verið mær fyri! Mundi tað hóvað Guði, um eg í dag hevði etið av syndaofrinum?» Tá ið Móses hoyrdi hetta, hóvaði tað honum.
Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði við teir: «Talið til Ísraelsmenn og sigið: Hesi eru tey djór, ið tit mega eta av øllum djórum, ið til eru á jørðini: Øll djór, ið hava kleyvar við týðuligari kloyvu og sum jótra, tey mega tit eta. Men av teimum, ið jótra og av teimum, ið hava kleyvar, mega tit tó ikki eta hesi: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur; bergharuna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein; haruna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hana skulu tit telja óreina; og svínið, tí at víst hevur tað kleyvar og tað við týðuligari kloyvu, men jótrar ikki; tað skulu tit telja óreint. Kjøt av hesum djórum skulu tit ikki eta og ikki nerta við ræ teirra; tit skulu telja tey órein. Av vatndjórunum mega tit eta hesi: Øll, ið hava fjaðrar og skrubb, hvørt tey liva í høvum ella áum, tey mega tit eta. Men alt tað, sum ikki hevur fjaðrar ella roðslu, av øllum tí, sum yður í vatninum, í høvum ella áum, av øllum livandi skepnum í vatninum, tað skulu tit telja andstyggiligt. Tit skulu hava andstygd fyri teimum; av kjøti teirra mega tit ikki eta; og ræ teirra skulu vera tykkum andstyggilig. Alt í vatninum, ið ikki hevur fjaðrar ella skrubb, skal vera tykkum andstyggiligt. Av fuglum skulu hesir vera tykkum andstyggiligir – tit skulu ikki eta teir, tí at teir eru andstyggiligir: Ørnin, gammurin, havørnin, glentan og falkakynið, alt ravnakynið, strutsurin, svalan, likkan og heykakynið, uglan, súlan, náttuglan, hornuglan, pelikánurin, rægammurin, storkurin, alt hegrakynið, herfuglurin og flogmúsin. Fyri øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra beinum, skulu tit hava andstygd. Tó mega tit av øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra, eta av teimum, ið hava leggir upp frá afturfótunum til at hoppa við á jørðini; av teimum mega tit eta hesi av ongsprettukyni: Solamongsprettur, hargolongsprettur og hágabongsprettur. Men alt annað floygt skriðkykt, ið gongur á fýra, skal vera tykkum andstyggiligt. Av hesum djórum verða tit órein; hvør, ið nertur við ræ teirra, skal vera óreinur alt til kvølds, og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. Øll djór, ið ikki hava alklovnar kleyvar og ikki jótra, tey skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við tey, verður óreinur. Øll ferføtt djór, ið ganga á labbum, skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við ræ teirra, skal vera óreinur til kvølds; og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur alt til kvølds. Tey skulu vera tykkum órein. Av skriðkyktum, sum skríða á jørðini, skulu hesi vera tykkum órein: Moldvarpan, músin og alskyns fjórbein, ánakadjórið, kóakdjórið, letadjórið; hómetdjórið og tínsjemetdjórið. Hesi skulu vera tykkum órein av øllum skriðkykti; hvør, ið nertur við tey, tá ið tey eru deyð, skal vera óreinur til kvølds. Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint, hvørt tað er træílát ella klæði ella skinn ella sekkur – yvirhøvur hvørt eitt amboð; tað skal verða lagt í vatn og vera óreint til kvølds; síðan er tað reint. Dettur eitthvørt tílíkt niður í leirílát, tá verður alt, sum í tí er, óreint; og tit skulu bróta leirílátið sundur. Allur matur, ið tilreiddur verður við vatni, og allur løgur, ið er til at drekka, verður óreinur í tílíkum íláti. Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, skulu teir verða rivnir niður; teir eru óreinir, og óreinar skulu tit telja teir. Tó skulu keldur og brunnar, har vatn setir at, framvegis vera rein; men tann, ið nertur við ræ, sum í teimum liggur, verður óreinur. Tó at tílíkt ræ fellur á sáðkorn, ið sáað verður, skal sáðið framvegis vera reint; men kemur vatn at sáðkorninum, og tílíkt ræ dettur í tað, tá skal sáðkornið vera tykkum óreint. Doyr eitthvørt av teimum djórum, ið tit nýta til føðslu, og einhvør nertur við ræið av tí, tá skal hann vera óreinur til kvølds; og tann, ið etur av ræi tess, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds, og tann, ið ber ræið av tí, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. Alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, skal vera andstyggiligt; tað má ikki verða etið; einki, sum skríður á kviðinum og gongur á fýra beinum og einki margføtt av øllum skriðkykti, sum skríður á jørðini, mega tit eta; tí at tey eru andstyggilig. Gerið ikki tykkum sjálvar andstyggiligar við nøkrum skríðandi skriðkykti; latið tey ikki gera tykkum órein, so at tit verða órein av teimum! Tí at eg eri Harrin, Guð tykkara; og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí at eg eri heilagur. Ikki mega tit gera sjálvar tykkum óreinar av nøkrum skriðkykti, sum yður á jørðini! Tí at eg eri Harrin, ið leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Og tit skulu vera heilag, tí at eg eri heilagur! Hetta er lógin um djór og fuglar og allar livandi skepnur, sum yðja í vøtnunum, og allar skepnur, ið skríða á jørðini, til tess at gera greinarmun á óreinum og reinum, á teimum djórum, ið mega verða etin, og teimum, ið ikki mega verða etin!»
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið kona verður við barn og føðir sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; sama dagatal, sum hon er órein av mánasjúku síni, skal hon vera órein. Á áttanda degi skal sveinurin verða umskorin á yvirhúð síni; síðan skal hon sita heima í tríati og tríggjar dagar, meðan blóðreinsan hennara varir; hon má ikki nerta við nakað heilagt og ikki koma í halgidómin, til reinsanardagar hennara eru at enda. Men føðir hon moybarn, tá skal hon vera órein í fjúrtan dagar, eins og tá hon er órein av mánasjúku síni; og síðan skal hon sita heima í seksti og seks dagar, meðan hon hevur blóðreinsan sína. Og tá ið reinsanardagar hennara eru úti, hvørt tað er fyri sveinbarn ella moybarn, tá skal hon bera prestinum at durum samfundartjaldsins veturgamlan seyð sum brennioffur og dúgvuunga ella turtildúgvu sum syndaoffur. Hann skal ofra tað frammi fyri Harranum og veita henni sáttargerð, so at hon verður rein av blóðláti sínum. Hetta er lógin um konu, sum føðir, hvørt tað er sveinbarn ella moybarn. Men eigur hon ikki fyri lamb, má hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, annan sum brennioffur og hin sum syndaoffur; og presturin skal veita henni sáttargerð, so at hon verður rein.»
Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Um einhvør fær trota á húð sína ella skurvur ella ljósan blett, sum kanska verður til líktrá á húð hansara, tá skal hann verða leiddur fyri Áron prest ella fyri einhvønn av prestunum, sonum hans. Og presturin skal hyggja at tí sjúka flekkinum á húð hans; og hvítna hárini á honum, ella hann týðuliga liggur djúpari enn húðin kring um hann, tá er tað líktrá; og presturin skal eftir at hava kannað tað siga mannin óreinan. Men er tað ein hvítur blettur á húð hans, ið ikki týðuliga liggur djúpari enn húðin kring um hann, og hárini á honum ikki hvítna, tá skal presturin byrgja tann sjúka inni í sjey dagar; og sjeynda dagin skal presturin hyggja aftur at honum, og sær hann tá, at tann sjúki flekkurin á húð hansara hevur somu útsjónd og ikki hevur breitt seg út um húðina, tá skal hann aftur byrgja hann inni enn í sjey dagar. Síðan skal presturin aftur sjeynda dagin hyggja at honum; og er tá hin sjúki flekkurin fánaður og hevur ikki breitt seg út um húðina, tá skal presturin siga hann reinan; tá er tað eina skurvur; hann skal tváa klæði síni og vera reinur. Men hava skurvurnar breitt seg út um húðina, eftir at hann læt prestin hyggja at sær til tess at verða sagdur reinur, og presturin, eftir at hin hevur latið hann hugt at sær aðra ferð, sær, at skurvurnar hava breitt seg út um húðina, tá skal presturin siga hann óreinan; tá er tað líktrá. Tá ið maður verður sjúkur av líktrá, skal hann verða leiddur fyri prestin; og presturin skal skoða hann; er tá ein hvítur troti á húð hans, og hárini har eru vorðin hvít, og kykt hold veksur í trotanum, tá er tað gomul líktrá á húð hans; presturin skal siga hann óreinan; honum nýtist ikki at byrgja hann inni, tí at hann er óreinur. Men brýtur líktráin soleiðis út á húðini, at líktráin hylur alla húðina á tí sjúka frá hvirli til iljar, alt, sum presturin ber eyga við, tá skal presturin skoða hann; og sær hann, at líktráin er um alt likam hansara, skal hann siga hin sjúka reinan; hann er allur vorðin hvítur og er tí reinur. Men verður nakað kykt hold at síggja á honum, tá er hann óreinur; presturin skal hyggja at tí kyka holdinum og siga hann óreinan; tað kyka holdið er óreint; tað er líktrá. Men hvørvur hitt kyka holdið, og hann verður hvítur, tá skal hann ganga fyri prestin; og sær tá presturin, at tann sjúki flekkurin er vorðin hvítur, tá skal hann siga hann reinan; tá er hann reinur. Tá ið einhvør fær svull á húð sína og verður grøddur, men seinni fær á sama staði, sum svullurin hevði verið, hvítan trota ella ljósareyðan blett, tá skal hann sýna seg fyri prestinum; og sær tá presturin týðuliga lægd í húðini, og at hárini á henni eru vorðin hvít, tá skal presturin siga hann óreinan; tá er tað líktrá, sum út er brotin, har sum svullurin hevur verið. Men sær presturin eingi hvít hár, har sum svullurin hevur verið og onga lægd í húðini, og at bletturin er fánaður, tá skal presturin byrgja hann inni í sjey dagar; breiðir hann seg tá út um húðina, skal presturin siga hann óreinan; tað er líktrá. Men stendur hin ljósi bletturin í stað og breiðir seg ikki útum, tá er tað einans arrið av svullinum; tá skal presturin siga hann reinan. Ella um einhvør fær brunasár á húðina, og tað kyka holdið, sum veksur í tí, fær ljósareyðan ella hvítan blett, tá skal presturin skoða hann; og eru tá hárini á blettinum vorðin hvít, og tað liggur týðuliga djúpari enn húðin kring um hann, tá er tað líktrá, sum er brotin út í brunasárinum; og presturin skal siga hann óreinan; tað er líktrá. Men um presturin, tá ið hann hevur skoðað hann, eingi hvít hár sær á blettinum, og at hann ikki liggur djúpari enn húðin kring um hann, og at hann er fánaður, tá skal presturin byrgja hann inni í sjey dagar, og sjeynda dagin skal presturin hyggja aftur at honum; og hevur hann tá breitt seg út um húðina, skal presturin siga hin sjúka óreinan; tá er tað líktrá. Men stendur hin ljósi bletturin í stað og breiðir seg ikki út um húðina og er fánaður, tá er tað trotin eftir brunasárinum; og presturin skal siga hin sjúka reinan; tí at tað er arr eftir brunasárinum. Um maður ella kona fáa sjúkan flekk í hárið ella skeggið, tá skal presturin hyggja at tí sjúka flekkinum, og sær hann, at hann liggur týðuliga djúpari enn húðin kring hann, og at ljósagul, tunn hár eru á honum, tá skal presturin siga hann óreinan; tað er skurva, líktrá í hári ella skeggi. Men tykist skurvuflekkurin, tá ið presturin aftur hevur hugt at honum, ikki at liggja týðuliga djúpari enn húðin kring hann, og at eingi svørt hár eru á honum, tá skal presturin byrgja hann, ið skurvuflekkin hevur fingið, inni í sjey dagar; sjeynda dagin skal presturin hyggja at tí sjúka flekkinum; og sær hann tá, at skurvan ikki hevur breitt seg, at eingi ljósagul hár síggjast har, og at skurvan týðuliga ikki er djúpari enn húðin kring hana, tá skal hin sjúki raka sær, tó ikki har, sum skurvan hevur verið; og presturin skal aftur byrgja hann, ið skurvuna hevur, inni í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin aftur hyggja at honum; og hevur tá skurvan ikki breitt seg út um húðina, og tykist hon ikki at liggja djúpari enn húðin, tá skal presturin siga hann reinan; hann skal tváa klæði síni og vera reinur. Men hevur skurvan breitt seg út um húðina, eftir at hann var sagdur reinur, tá skal presturin aftur skoða hann; og hevur tá skurvan breitt seg, nýtist prestinum ikki at hyggja eftir, um gul hár eru; hann er óreinur. Men er skurvan við sama lag, og svørt hár eru sprottin á henni, tá er skurvan grødd; hann er tá reinur, og presturin skal siga hann reinan. Fær kallur ella kona blettir á húð sína, hvítar blettir, tá skal presturin skoða teir, og eru tá blettirnir á húð teirra hvítir og fánandi, tá eru tað bert blæmur, sum eru brotnar út á húðini; hann er reinur. Verður maður berskøllutur aftantil á høvdinum, tá er hann hvirilskalli og er reinur; og verður hann berskøllutur framman á høvdinum, tá er hann ennisskalli og er somuleiðis reinur; men fær hann ljósareyðan flekk, har sum hann er berskøllutur, hvørt tað er á hvirilskallanum ella ennisskallanum, tá er tað líktrá, sum har er útbrotin; presturin skal tá skoða hann, og um tá trotin á tí sjúka flekkinum á hvirilskalla ella ennisskalla hans er ljósareyður og líkist líktrá á húðini, tá er hann líktráur og óreinur; presturin skal siga hann óreinan; hann hevur líktrá á høvdinum. Maður, ið sjúkur er av líktrá, skal ganga í skræddum klæðum og lata hárið vaksa vilt; hann skal hylja skegg sítt og rópa: «Óreinur, óreinur!» Alla ta tíð, hann er sjúkur, skal hann vera óreinur; hann skal búgva einsamallur á einingi; fyri uttan herbúðirnar skal bústaður hansara vera. Kemur flekkur av líktrá á klæði, hvørt tað er av ull ella líni, á vovið ella bundið plagg, av ull ella líni, á skinn og alt, sum virkað er av skinni, og flekkurin á klæðinum ella skinninum, bæði tí vovna og tí bundna plagginum og øllum tí, sum virkað er av leðri, er grønlittur ella reyðlittur, tá er tað flekkur av líktrá; og presturin skal skoða hann. Og tá ið presturin hevur skoðað plaggið við flekkinum á, skal hann byrgja tað inni í sjey dagar. Sjeynda dagin skal hann aftur hyggja at tí; og hevur tá flekkurin breitt seg út um plaggið, tað vovna og tað bundna, skinnið og allar av skinni virkaðar lutir, tá er tað ring líktrá; tað skal vera óreint. Og hann skal brenna plaggið, bæði tað vovna og tað bundna, hvørt tað er av ull ella líni, og hvønn bjálva, alt, sum hevur á sær flekk av líktrá; tí tað er ring líktrá; tað skal verða uppbrent. Men sær presturin, at líktráarflekkurin ikki hevur breitt seg út um plaggið, hvørki tað vovna ella bundna ella teir ymisku av leðri virkaðu lutir, tá skal presturin bjóða at tváa plaggið, sum flekkurin er á, og síðan byrgja tað inni aftur í sjey dagar. Og presturin skal hyggja aftur at tí skadda plagginum, eftir at tað er tváað; og hevur flekkurin ikki skift dám, tá er plaggið óreint, tó at flekkurin ikki hevur breitt seg; tú skalt brenna tað upp; tað er sjúka, sum etur seg inn í ranguna ella rættuna. Men sær presturin, at flekkurin er fánaður, eftir at plaggið hevur verið tváað, tá skal hann burtur úr plagginum, bæði tí vovna og bundna og tí av leðri virkaða, skræða tað pettið, sum flekkurin situr á. Men kemur hann aftur í ljósmála á plagginum, tí vovna ella bundna ella á teimum ymisku skinnpløggunum, tá er tað líktrá, sum er um at bróta út; tú skalt brenna tað skadda plaggið upp. Men tað klæði, vovið ella bundið, ella tey ymisku skinnpløgg, sum flekkurin fer av við tvátti, tað skal tváast aftur og vera síðan reint. Hetta er lógin um líktráarflekk á ullarplaggi ella línplaggi, vovnum ella bundnum, ella á teimum ymisku skinnpløggunum; eftir henni skulu tey sigast rein ella órein.»
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Hetta er lógin um líktráan mann, tá ið hann skal verða sagdur reinur: Hann skal verða leiddur fyri prestin; presturin skal ganga út um herbúðirnar og rannsaka hann; og sær presturin, at hin líktrái er vorðin grøddur fyri líktrá sína, skal hann taka honum, ið letur seg reinsa, tveir livandi, reinar fuglar, sedrisvið, skarlak og ýsopvond. Síðan skal presturin lata slátra annan fuglin niður í leirker yvir rennandi vatni. Men hin livandi fuglin, sedrisviðin, skarlakið og ýsopvondina skal hann taka og drepa tað alt saman við tí livandi fuglinum niður í blóðið av tí fuglinum, sum var slátraður yvir rennandi vatni, og sletta sjey ferðir upp á tann, ið letur seg reinsa fyri líktrá, og síðan siga hann reinan; men hinum livandi fuglinum skal hann sleppa út á víðavang. Tann, ið letur seg reinsa, skal tváa klæði síni og raka alt hárið av sær og tváa sær í vatni; tá er hann reinur og má síðan koma aftur inn í herbúðirnar; tó skal hann hølast fyri uttan tjald sítt í sjey dagar. Sjeynda dagin skal hann raka alt hár av sær, bæði høvuðhár sítt, skegg og eygnabrýr, alt hár skal hann raka av sær og tváa klæði síni og likam sítt í vatni; tá er hann reinur. Áttanda dagin skal hann taka tvey lýtaleys veðurlomb og eitt veturgamalt lýtaleyst gimburlamb og tríggjar tíggjundapartar úr efu av fínum mjøli sum grónoffur, blandað við olju, og eina log av olju. Og presturin, ið reinsar, skal flyta hann, ið letur seg reinsa, og somuleiðis hesar offurgávur fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins. Presturin skal tá taka annað veðurlambið og ofra tað sum sektaroffur saman við oljulogini og reiggja báðum sum reiggioffur fyri Harranum. Og hann skal slátra veðurlambið á sama staði, har syndaofrið og brenniofrið verða slátrað, á heilagum staði; tí at eins og syndaofrið skal sektarofrið lutast prestinum; tað er háheilagt. Síðan skal presturin rýða av blóði sektaroffursins upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans. Og presturin skal taka av oljulogini og hella upp í vinstra lógva sín og drepa høgra fingur niður í oljuna, sum er í vinstra lógva, og við fingrinum sletta oljuna sjey ferðir frammi fyri Harranum. Av tí oljuni, sum eftir er í lógvanum, skal presturin rýða eitt sindur upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans uttan á blóðið úr sektarofrinum; og ta oljuna, ið tá er eftir í lógvanum, skal presturin hella út yvir høvur hans, ið letur seg reinsa, og soleiðis veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum. Síðan skal presturin ofra syndaofrið og veita honum, ið letur seg reinsa, sáttargerð fyri óreinleika hans. Og tá ið presturin hevur framborið brenniofrið og grónofrið á altarinum og soleiðis veitt honum sáttargerð, tá er hann reinur. Men er hann fátækur og eigur ikki fyri hetta, tá má hann taka eitt veðurlamb sum sektaroffur, til reiggjanar, til tess at honum verður veitt sáttargerð, og somuleiðis sum grónoffur ein tíggjundapart úr efu av fínum mjøli, blandað við olju, og eina log av olju og tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, eftir tí sum evnini nú røkka, onnur sum syndaoffur og hin sum brennioffur. Og áttanda dagin eftir reinsan sína skal hann bera prestinum hetta at durum samfundartjaldsins fram fyri Harran. Og presturin skal taka sektaroffurlambið og oljulogina og reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum. Síðan skal sektaroffurlambið verða slátrað; og presturin skal taka av blóði tess og rýða upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans. Og presturin skal av oljuni hella upp í vinstra lógva sín og við høgra fingri sletta av oljuni, sum er í vinstra lógva, sjey ferðir frammi fyri Harranum. Síðan skal presturin av oljuni, sum er í vinstra lógva hans, rýða upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans, uttan á blóðið av sektarofrinum. Tað, sum presturin tá hevur eftir av olju í lógvanum, skal hann hella út yvir høvur hans, ið letur seg reinsa, til tess at veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum. Síðan skal hann ofra aðra turtildúgvuna ella annan dúgvuungan, eftir sum hann hevur evni til, aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur saman við grónofrinum; og presturin skal veita honum, ið letur seg reinsa, sáttargerð frammi fyri Harranum. Hetta er lógin um tann, ið hevur verið líktráur og ikki eigur fyri reinsan sína.» Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Tá ið tit koma inn í Kánáanland, sum eg man geva tykkum til ognar, og eg lati flekk av líktrá koma fram á einumhvørjum húsi í ognarlandi tykkara, tá skal hann, ið húsið eigur, koma og greina prestinum frá hesum og siga: Mær tykist, at flekkur av líktrá er á húsi mínum. Presturin skal tá bjóða at rudda alt út úr húsinum, áður enn hann fer inn at hyggja at flekkinum, so at ikki alt, sum er í húsinum, verður óreint; og síðan skal presturin fara inn til tess at skoða húsið; og sær hann tá, at flekkurin á bróstinum í húsinum hevur grønlittar og reyðlittar lægdir, ið týðuliga liggja djúpari enn bróstið, tá skal presturin fara út úr húsinum, út fyri dyr tess og byrgja tað í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin koma aftur at hyggja at tí; og sær hann tá, at flekkurin hevur breitt seg út um bróstið á húsinum, skal hann bjóða at bróta teir steinar út, ið flekkurin er á, og tveita teir á óreinan stað fyri uttan borgina og síðan at skava húsið innan og tveita límdustið, sum verður skavað burtur av tí, á óreinan stað fyri uttan borgina. Og teir skulu taka aðrar steinar og seta í staðin fyri hinar steinarnar og annað vegglím og rýða tað á húsið. Men brýtur flekkurin út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru tiknir út, og eftir at húsið hevur verið skavað og aftur rýtt, tá skal presturin koma aftur at hyggja at tí; og hevur tá flekkurin breitt seg út um húsið, tá er tað ring líktrá á húsinum; tað er óreint. Húsið skal verða niðurbrotið, og allir steinar tess, alt træverk og alt límdust skal verða flutt á óreinan stað út um borgina. Og hvør, sum fer inn í húsið alla ta tíð, tað er byrgt, skal vera óreinur til kvølds. Og hvør, sum svevur í húsinum, skal tváa klæði síni, og somuleiðis hvør, ið fær sær mat í húsinum, skal tváa klæði síni. Men um presturin, tá hann kemur, sær, at flekkurin ikki hevur breitt seg út um húsið, eftir at tað hevur verið rýtt, tá skal presturin siga húsið reint; tí at tá er flekkurin grøddur; og til tess at reinsa húsið frá synd skal hann taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlak og ýsopvond og síðan slátra annan fuglin niður í leirker yvir rennandi vatni og taka sedrisviðin, ýsopvondina, skarlakið og tann livandi fuglin og drepa tað alt niður í blóðið av tí slátraða fuglinum og í tað rennandi vatnið og sletta sjey ferðir á húsið og soleiðis reinsa húsið frá synd við blóði fuglsins, við tí rennandi vatninum, tí livandi fuglinum, sedrisviðinum, ýsopvondini og skarlakinum. Men hinum livandi fuglinum skal hann sleppa út um borgina út á víðavang og veita á tann hátt húsinum sáttargerð, so at tað verður reint. Hetta er lógin um alskyns líktrá og skurvur, um líktrá á pløggum og húsum, um trotar, skurvur og ljósar blettir, til leiðbeiningar um, nær eitthvørt er óreint, og nær tað er reint. Hetta er lógin um líktrá.»
Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: Hevur maður útflot úr blygd síni, tá er hetta útflot hans óreint; og viðvíkjandi óreinleika hans, ið útflotið hevur, skal tað verða soleiðis, at hvørt útflotið kemur út úr blygd hans, ella tað verður fyribyrgt, so skal hann vera óreinur. Hvør lega, sum maður, ið útflot hevur, liggur á, skal vera órein, og hvør sessur, sum hann situr á, skal vera óreinur! Og hvør, sum nertur við legu hansara, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Og tann, sum situr í sessi, sum maður, ið hevur útflot, hevur sitið á, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Og tann, sum nertur við likam hans, ið útflot hevur, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Um maður, ið hevur útflot, spýtir á einhvønn, ið reinur er, tá skal hesin tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Hvørt akfar, sum maður við útfloti ekur á, skal vera óreint. Og hvør, ið nertur við nakað, sum hann hevur ligið ella sitið á, skal vera óreinur til kvølds; og hvør, ið ber tað, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Ein og hvør, sum maður við útfloti nertur við og hevur ikki frammanundan skolað hendur sínar í vatni, skal tváa klæði síni og baða sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Leirílát, sum maður við útfloti nertur við, skal verða brotið; men er tað træílát, skal tað verða tváað í vatni. Tá ið maður, sum útflot hevur, verður reinur av útfloti sínum, tá skal hann telja sjey dagar fram frá tí degi, hann varð reinur, síðan tváa klæði síni og skola likam sítt í rennandi vatni; tá er hann reinur. Og áttanda dagin skal hann taka sær tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar og ganga fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins og fáa prestinum tær; tá skal presturin ofra tær, aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur; og soleiðis skal presturin frammi fyri Harranum veita honum sáttargerð fyri útflot hans. Tá ið maður hevur sáðlát, skal hann tváa alt likam sítt í vatni og vera óreinur til kvølds; øll klæði og hvørt skinnplagg, ið sáð er komið upp á, skulu verða tváað í vatni og vera órein til kvølds. Legst maður hjá konu, og sáð gongur frá honum, tá skulu tey bæði tváa sær í vatni og vera órein til kvølds. Tá ið kona hevur útflot, og tað er blóð, ið rennur úr blygd hennara, tá skal óreinleiki hennara vara í sjey dagar, og hvør, ið nertur við hana, skal vera óreinur til kvølds. Og alt, sum hon liggur á, meðan hon er mánasjúk, verður óreint, og alt, sum hon situr á, verður óreint. Og hvør, ið nertur við legu hennara, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Og hvør, ið nertur við sess, sum hon hevur sitið á, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Og nertur einhvør við nakað, sum er á legu hennara, ella sum hon hevur sitið á, tá skal hann vera óreinur til kvølds. Liggur maður í rekkju við henni og mánaóreinska hennara kemur upp á hann, tá skal hann vera óreinur í sjey dagar; og hvør lega, sum hann liggur á, skal vera órein. Hevur kona útflot, og blóð hennara rennur fleiri dagar til aðrar tíðir, enn tá ið hon er mánasjúk, ella tað rennur út um ta tíð, sum mánasjúkan varar, tá skal hon alla ta tíð, sum hon er órein av útfloti sínum, vera, eins og tá ið hon er mánasjúk; hon skal vera órein. Hvør lega, sum hon liggur á alla ta tíð, hon hevur útflot, skal vera eins og tann lega, hon liggur á, tá ið hon er mánasjúk; og alt, sum hon situr á, skal vera óreint, eins og tá ið hon er órein av mánasjúku. Ein og hvør, ið nertur við hesar lutir, skal vera óreinur; og hann skal skola klæði síni og tváa sær í vatni og vera óreinur til kvølds. Men er hon vorðin grødd av útfloti sínum, skal hon telja sjey dagar fram og síðan vera rein. Og áttanda dagin skal hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar og bera prestinum tær at durum samfundartjaldsins. Og presturin skal ofra aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur; og soleiðis skal presturin veita henni sáttargerð frammi fyri Harranum fyri óreinleikan av útfloti hennara. Tit skulu vara Ísraelsmenn við óreinleika teirra, so at teir ikki týna lívið í óreinleika sínum, við tað at teir gera bústað mín, ið er teirra millum, óreinan. Hetta er lógin um menn, ið hava útflot og sáðlát, so at teir verða óreinir av tí; og um konur, ið hava mánasjúku, um hvønn, sum hevur útflot, hvørt tað er kallur ella kona, um mann, ið er í rekkju við konu, sum er órein.»
Harrin talaði við Móses, eftir at báðir synir Árons vóru deyðir, ta ferðina, tá ið teir nærkaðust Harranum og doyðu. Og Harrin segði við Móses: «Sig við Áron, bróður tín, at hann ikki á hvørji stund má ganga inn í halgidómin, inn um fortjaldið og fram at sáttarlokinum, sum er á ørkini, so at hann ikki týnir lívið! Tí at eg birtist í skýgginum yvir sáttarlokinum. Tá ið Áron gongur inn í halgidómin, skal hann koma við ungum tarvi sum syndaoffur og veðri sum brennioffur; og hann skal vera ílatin heilagan línkyrtil og hava línbrøkur yvir blygd síni, gyrða seg í línbelti og fara undir vavhúgvu av líni; hetta eru hini heilagu klæðini; og hann skal tváa likam sítt í vatni, áður enn hann letur seg í tey. Av savnaði Ísraelsmanna skal hann fáa tveir geitarhavrar sum syndaoffur og ein veðr sum brennioffur. Áron skal tá leiða fram tarvin, sín egna syndaoffurtarv, og veita sær og húsi sínum sáttargerð; síðan skal hann taka tveir havrar og leiða teir fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins; og Áron skal luta um báðar havrarnar, um annan fyri Harran og um hin fyri Ázazel. Og Áron skal leiða fram havurin, sum við lutkasti lutaðist Harranum, og slátra hann sum syndaoffur; men hin havurin, sum við lutkasti lutaðist Ázazeli, skal verða livandi førdur fram fyri Harran til tess við honum at fáa sáttargerð í lag, og síðan skal hann verða sleptur út í oyðimørkina til Ázazels. Áron skal tá leiða fram sín egna syndaoffurtarv og veita sáttargerð fyri seg og hús sítt; hann skal slátra sín egna syndaoffurtarv. Síðan skal hann taka fulla eldpannu av glóðum av altarinum frammi fyri Harranum og tvær fullar lúkur av smámuldum, vælangandi roykilsi og bera tað inn um fortjaldið. Og hann skal leggja tað á eldin frammi fyri Harranum, so at skýggj av roykilsi hylur sáttarlokið, sum er á vitnisburðinum, til tess at hann ikki týnir lívið. Síðan skal hann taka av blóði tarvsins og sletta við fingrinum á sáttarlokið frammantil og fyri framman sáttarlokinum sletta av blóðinum sjey ferðir við fingrinum; og tá skal hann slátra tann havurin, ið ætlaður var fólkinum sum syndaoffur, og bera blóð hans inn um fortjaldið og gera við tað á sama hátt sum við blóð tarvsins; hann skal sletta tað á sáttarlokið og fyri framman sáttarlokinum og soleiðis veita halgidóminum sáttargerð fyri óreinleika Ísraelsmanna og fyri misgerðir og allar syndir teirra; á sama hátt skal hann gera við samfundartjaldið, sum er teirra millum, í miðjum óreinleika teirra. Men eingin má koma inn í samfundartjaldið, tá ið hann fer inn at gera sáttargerð í halgidóminum, fyrr enn hann er út aftur farin og hevur gjørt sáttargerð fyri seg og hús sítt og allan savnað Ísraelsmanna. Síðan skal hann ganga út at altarinum, sum stendur frammi fyri Harranum, og veita tí sáttargerð; hann skal taka av blóði tarvsins og blóði havursins og rýða tað á altarhornini alt íkring; og hann skal sjey ferðir sletta við fingrinum av blóðinum á tað og soleiðis reinsa og halga tað frá syndum Ísraelsmanna. Tá ið hann soleiðis hevur lokið sáttargerð halgidómsins og samfundartjaldsins og altarsins, tá skal hann leiða fram hin livandi havurin. Og Áron skal leggja báðar hendur sínar á høvur hins livandi havurs og játta yvir honum allar misgerðir Ísraelsmanna, øll brot og allar syndir teirra; hann skal leggja tað alt á høvur havursins og síðan senda hann út í oyðimørkina við manni, sum til tess stendur ferðabúgvin. Havurin skal tá bera á sær allar misgerðir teirra út á óbygt land; hann skal verða sleptur út í oyðimørkina. Síðan skal Áron fara inn í samfundartjaldið og lata seg úr teimum línklæðum, sum hann fór í, tá ið hann gekk inn í halgidómin, og leggja tey eftir seg har; tínæst skal hann tváa likam sítt í vatni á heilagum staði og lata seg aftur í síni vanligu klæði, ganga so út og ofra sítt egna brennioffur og brennioffur fólksins og veita sær og fólkinum sáttargerð. Og mørin av syndaofrinum skal hann brenna á altarinum. Men tann, ið fór avstað við havrinum til Ázazels, skal skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni; síðan má hann koma inn aftur í herbúðirnar. Men syndaoffurtarvin og syndaoffurhavurin, hvørja blóð varð borið inn til sáttargerðar í halgidóminum, skulu verða fluttir út um herbúðirnar og brendir upp, bæði húð og kjøt og gor teirra; og tann, ið brennir teir, skal skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni; síðan má hann koma inn aftur í herbúðirnar. Tað skal vera tykkum ævig skipan. Tíggjunda dagin hins sjeynda mánaðar skulu tit svølta tykkum og einki verk vinna, hvørki hin innborni ella hin fremmandi, ið býr tykkara millum; tí at á hesum degi skal verða veitt tykkum sáttargerð til reinsanar frá øllum syndum tykkara, so at tit verða reinir fyri ásjón Harrans. Hann skal vera tykkum fullkomuligur hvíludagur; tit skulu svølta tykkum; tað skal vera ævig skipan. Og sáttargerð skal tann prestur veita, ið verður salvaður og vígdur til at vera prestur eftir faðir sín; hann skal latast í línklæðini, hini heilagu klæðini; og hann skal gera sáttargerð fyri tí alraheilagasta; og fyri samfundartjaldinum og altarinum skal hann gera sáttargerð; og fyri prestunum og øllum savnaðinum skal hann gera sáttargerð. Hetta skal vera tykkum ævig skipan, at tað eina ferð um árið verður veitt Ísraelsmonnum sáttargerð fyri allar syndir teirra.» Áron gjørdi tá, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmanna og sig við teir: Eg eri Harrin, Guð tykkara! Tit skulu ikki fara eftir siðum Egyptalands, har tit hava búð, og tit skulu ikki fara eftir siðum Kánáanlands, sum eg leiði tykkum inn í, ikki heldur ganga eftir fyriskipanum teirra. Men lógir mínar skulu tit halda og varðveita fyriskipanir mínar, so at tit ganga eftir teimum; eg eri Harrin, Guð tykkara! Tit skulu tí varðveita fyriskipanir og lógir mínar; tann maður, ið tær heldur, skal liva við teimum; eg eri Harrin. Eingin tykkara má nærkast at holdsligu skyldmonnum sínum til tess at nekta blygd teirra. Eg eri Harrin. Blygd faðirs tíns og blygd móður tínar mást tú ikki nekta; hon er móðir tín, tú mást ikki nekta blygd hennara! Blygd konu faðirs tíns mást tú ikki nekta; tað er blygd faðirs tíns. Blygd systur tínar, hvørt hon er dóttir faðirs tíns ella móður tínar, hvørt hon er fødd heima ella uttan fyri heimið – blygd hennara mást tú ikki nekta! Blygd sonardóttur tínar ella dótturdóttur mást tú ikki nekta, tí at tað er blygd tín. Blygd dóttur konu faðirs tíns, ið er komin av faðir tínum, blygd hennara mást tú ikki nekta; tí at hon er systir tín. Blygd faðirsystur tínar mást tú ikki nekta, hon er holdsliga skyldmenni faðirs tíns. Blygd móðursystur tínar mást tú ikki nekta, tí at hon er holdsliga skyldmenni móður tínar. Blygd faðirbróður tíns mást tú ikki nekta og ikki nærkast konu hans, tí at hon er faðirsystir tín. Blygd sonarkonu tínar mást tú ikki nekta, tí at hon er kona sonar tíns; blygd hennara mást tú ikki nekta! Blygd konu bróður tíns mást tú ikki nekta; tað er blygd bróður tíns. Blygd konu og dóttur hennara mást tú ikki nekta; heldur ikki mást tú taka sonardóttur ella dótturdóttur hennara til konu og nekta blygd hennara; tær eru holdsligu skyldmenni hennara; tað er leysalevnað. Tú mást ikki taka systur konu tínar til hjákonu og nekta blygd hennara, meðan systirin er á lívi, so at tú nektar blygdina hjá báðum. Konu, sum er órein vegna mánasjúku, mást tú ikki nærkast til at nekta blygd hennara. Við konu næsta tíns mást tú ikki hava samlegu, so at tú verður óreinur av henni. Einki av avkomi tínum mást tú geva Moloki sum offur; tú mást ikki vanhalga navn Guðs tíns. Eg eri Harrin! Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd. Heldur ikki við nakað djór mást tú hava samlegu, so at tú verður óreinur av tí. Og kona má ikki standa fyri djóri til paringar; tað er hervilig andstygd. Dálkið tykkum ikki við nøkrum av hesum; tí at við øllum hesum hava teir heidningar dálkað seg, sum eg man reka undan tykkum; tí varð landið óreint; og eg læt misgerð tess koma yvir tað; og landið spýði út íbúgvar sínar. Varðveitið tí fyriskipanir og lógir mínar og fremjið onga av hesum andstygdum, hvørki hin innborni ella tann, sum býr í útisetri tykkara millum – tí at allar hesar andstygdir framdu teir, sum búðu í landinum undan tykkum, so at landið gjørdist óreint – so landið skal ikki útspýggja tykkum, tá ið tit gera tað óreint, eins og tað útspýði tær tjóðir, sum vóru har undan tykkum. Tí at hvør, ið fremur nakra av hesum andstygdum – hvør, sum fremur tær – skal verða oyddur úr tjóð síni! Varðveitið tí boðorð míni, so at tit ikki taka eftir teimum andstyggiligu siðum, ið framdir vórðu undan tykkum; gerið tykkum ikki óreinar við teimum. Eg eri Harrin, Guð tykkara!»
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala við allan savnað Ísraelsmanna og sig við teir: Tit skulu vera heilagir, tí at eg Harrin, Guð tykkara, eri heilagur! Tit skulu hvør og ein óttast móður sína og faðir sín og halda hvíludagar mínar; eg eri Harrin, Guð tykkara! Víkið ikki á hinar fánýtu gudar og gerið tykkum ikki stoyptar gudar; eg eri Harrin, Guð tykkara! Tá ið tit slátra takkaroffur fyri Harranum, skulu tit slátra tað soleiðis, at tað elvir tykkum góðan tokka hjá Guði. Sama dag, sum tað verður ofrað, skal tað verða etið og dagin eftir; men tað, sum verður eftir til triðja dagin, skal verða uppbrent. Men tað, sum verður etið triðja dagin, skal teljast óreint; tað elvir tykkum ongan tokka hjá Guði; og hvør, ið etur av tí, ger seg sekan, tí at hann hevur vanhalgað tað, sum Harranum var halgað; tann maður skal verða oyddur úr tjóð síni. Og tá ið tit skera akurin í landi tykkara, tá skalt tú ikki skera akurin heilt út á bakkarnar og ikki henta upp tey øks, ið eftir liggja; heldur ikki mást tú tína aftur um aftur víngarð tín og ikki henta upp niðurdottin aldin; tú skalt lata tað verða eftir til armingan og útisetan. Eg eri Harrin, Guð tykkara! Tit mega ikki stjala og ikki ljúgva og ikki fara við svikum hvør móti øðrum. Tit mega ikki gera rangan eið í navni mínum, so at tú vanhalgar navn Guðs tíns. Eg eri Harrin! Tú mást ikki níva næsta tín, ikki ræna hann og ikki hava dagløn bønarmansins eftir hjá tær um náttina til morguns. Tú mást ikki biðja ilt yvir tann dumba og ikki leggja snávingarstein fyri tann blinda. Tú skalt óttast Guð tín! Eg eri Harrin! Tú mást ikki fara við svikum í rættinum og hvørki geva tí fátæka ella tí ríka nakran fyrimun; við rættvísi skalt tú døma næsta tín. Tú mást ikki ganga um við sleyi móti tjóðfelaga tínum og ikki royna eftir lívi næsta tíns. Eg eri Harrin! Lat ikki hjarta títt hýsa hatri móti bróður tínum, men hav álvarsliga at honum, so at tú ikki verður syndasekur hansara vegna. Ver ikki hevnisamur og goym ikki meinhuga móti tjóðfelagum tínum; men tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Eg eri Harrin! Tit skulu halda fyriskipanir mínar. Lat ikki tvey djór av ymiskum slagi para seg; og sáa ikki tvey sløg av korni í somu veltu og far ikki í klæði, sum vovin eru úr tvinnanda sløgum av tógvi. Tá ið maður hevur samlegu við konu, og hon er trælkona, trúlovað øðrum manni, men ikki loyst ella givin leys, tá skulu tey verða revsað, tó ikki láta lív; tí at hon var ikki givin leys. Men hann skal frambera Harranum sektaroffur sítt at durum samfundartjaldsins, sektaroffurveðr. Og presturin skal við sektaroffurveðrinum fyri honum gera sáttargerð frammi fyri Harranum fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, so at hann fær fyrigeving fyri ta synd, sum hann hevur gjørt. Tá ið tit koma inn í landið og seta niður alskyns aldintrø, tá skulu aldin teirra vera tykkum eins og yvirhúð teirra, í trý ár skulu tit telja tey óumskorin og ikki eta aldin teirra. Men fjórða árið skulu øll aldin teirra verða halgað Harranum við miklum fagnaði. Og fimta árið tá fyrstani skulu tit fáa tykkum av aldini teirra. Við at fara soleiðis fram økja tit úrtøku teirra. Eg eri Harrin, Guð tykkara! Tit mega einki eta við blóðinum í; og tit mega ikki fáast við at ganda og mana. Tit mega ikki rundklippa hárið og ikki snøgga av skegginum. Og tit skulu ikki skera tykkum skeinur í holdið deyðum til bata og ikki heldur rista merki í húðina. Eg eri Harrin! Tú mást ikki vanhalga dóttur tína við at lata hana verða skøkju, at landið ikki má dríva hor og fyllast av siðloysi. Tit skulu halda hvíludagar mínar og hava óttafulla virðing fyri halgidómi mínum. Eg eri Harrin! Tit skulu ikki leita ráð hjá dreygum og ikki spyrja spásagnarandar, so at tit verða óreinir við teimum. Eg eri Harrin, Guð tykkara! Fyri tí gráhærda skalt tú standa upp og heiðra tann gamla! Tú skalt óttast Guð tín. Eg eri Harrin! Tá ið útiseti býr hjá tær í landi tykkara, tá mega tit ikki vera harðir við hann; sum ein av tykkara egnu skulu tit telja hin fremmanda, sum hjá tykkum býr; tú skalt elska hann sum sjálvan teg; tí at tit livdu jú sjálvir í útisetri í Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara! Í rættinum mega tit ikki vera sviksamir, hvørki móti stikku, vágskál ella máti. Tit skulu nýta rættar vágskálir, rætt lodd, rætta efu og rætta hin. Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi! Tit skulu varðveita allar fyriskipanir og allar lógir mínar og halda tær. Eg eri Harrin!»