text
stringlengths
1
888k
Men Ábimelek Jerubbáalsson fór til móðurbrøður sínar í Sikem og segði við teir og við alt ættarfólkið í húsi móðurfaðirs síns: «Setið henda spurning fram fyri allar íbúgvar Sikems: Hvat líkar tykkum betur, at sjeyti mans – allir synir Jerubbáals – valda tykkum, ella at ein maður valdar tykkum? Minnist væl til, at eg eri bein tykkara og hold tykkara!» Móðurbrøður hansara søgdu tá alt hetta um hann fyri øllum íbúgvum í Sikem, og teir fingu tokka til Ábimeleks, tí at teir søgdu: «Hann er jú bróðir okkara.» Og teir góvu honum úr húsi Báal-Berits sjeyti siklar í silvuri, og fyri tað leigaði Ábimelek sær letingar og rekavætti, sum bundu felag við hann. Síðan fór hann heim í hús faðirs síns í Ofra og drap brøður sínar, synir Jerubbáals, sjeyti mans, á einum steini; einans Jótam, yngsti sonur Jerubbáals, varð eftir, av tí at hann hevði krógvað seg. Tá savnaðust saman allir Sikembúgvar og alt hús Millos; og teir fóru og gjørdu Ábimelek til kong við steinsúlueikina, sum er í Sikem. Tá ið Jótam frætti hetta, fór hann og tók støðu dygst uppi á Gárizim fjalli; og hann hevjaði rødd sína, kallaði og mælti til teirra: «Lýðið á meg, Sikembúgvar, so at Guð má lýða á tykkum! Einaferð fóru trøini at kjósa sær kong; tey søgdu tá við oljutræið: Ver tú nú kongur yvir okkum! Men oljutræið svaraði teimum: Skuldi eg givið yvir fiti mína, sum gudar og menn heiðra meg fyri, og farið at reiggja uppi yvir trøunum? Tá søgdu trøini við fikutræið: Kom tú og ver kongur yvir okkum! Men fikutræið svaraði teimum: Skuldi eg givið søtleika mín og dýrmæta ávøkst yvir og farið at reiggja uppi yvir trøunum? Og trøini søgdu við víntræið: Kom tú og ver kongur yvir okkum! Men víntræið svaraði teimum: Skuldi eg givið yvir vínløg mín, ið gleðir bæði gudar og menn, og farið at reiggja uppi yvir trøunum? Tá søgdu øll trøini við tornarunnin: Kom tú og ver kongur yvir okkum! Men tornarunnurin segði við trøini: Vilja tit av sonnum salva meg til kongs yvir tykkum, tá komið og leitið tykkum lívd í skugga mínum; men er tað ikki so, tá komi eldur úr tornarunninum og avoyði sedristrøini á Libanon! Um tit nú hava sýnt trúfesti og rættlæti, tá ið tit gjørdu Ábimelek til kongs, og um tit hava gjørt væl við Jerubbáal og húski hans og gjørt móti honum tað, sum hann hevði uppiborið – faðir mín hevur jú stríðst fyri tykkum og vágað lívið fyri at bjarga tykkum undan valdi Midians; men tit hava í dag risið upp ímóti ætt faðirs míns og dripið synir hansara, sjeyti mans, á einum steini og tikið Ábimelek, son trælkonu hans, til kongs yvir Sikembúgvum, av tí at hann er bróðir tykkara – ja, um tit á hesum degi hava sýnt trúfesti og rættlæti móti Jerubbáali og húski hans, gævi at tit tá mega fáa gleði av Ábimeleki, og gævi at hann tá má fáa gleði av tykkum! Men um ikki er so, tá komi eldur frá Ábimeleki og oyði Sikembúgvar og hús Millos, og tá komi eldur frá Sikembúgvum og húsi Millos og oyði Ábimelek!» Síðan helt Jótam undan og flýddi burtur og fór til Beer; har settist hann niður av ótta fyri Ábimeleki, bróður sínum. Tá ið Ábimelek hevði valdað Ísrael í trý ár, sendi Guð illan anda upp ímillum Ábimeleks og Sikembúgva, so at Sikembúgvar sviku Ábimelek, til tess at hevna illgerðina móti hinum sjeyti sonum Jerubbáals og til tess at lata blóð teirra koma yvir Ábimelek, bróður teirra, sum hevði dripið teir, og yvir Sikembúgvar, ið høvdu elvt honum til at drepa brøður sínar. Sikembúgvar lótu tá menn leggja seg á loynum eftir honum dygst uppi á fjøllunum, og teir rændu allar, sum komu fram við teimum eftir vegnum; hetta varð sagt fyri Ábimeleki. Tá kom Gáal Ebedsson við brøðrum sínum; teir hildu inn í Sikem; og Sikembúgvar troystaðu á teir. Og teir fóru út í bøin at tína vínber í víngørðunum, tróðu tey og hildu hátíð, gingu inn í hús guds síns, ótu og drukku og bølbóðu Ábimelek. Tá mælti Gáal Ebedsson: «Hvør er Ábimelek, og hvør er Sikem, at vit skulu træla undir honum? Eiga ikki sonur Jerubbáals og Zebul, fúti hansara, heldur at træla undir monnum Hámors, ættarfaðir Sikems? Hví skulu vit tá træla undir honum? Eg vildi, at eg valdaði hesum fólki, so skuldi eg skjótt beint fyri Ábimeleki! Eg skuldi sagt við hann: Nør bert um her tín og kom út!» Tá ið Zebul borgarhøvdingi, hoyrdi hesi orð Gáals Ebedssonar, tendraðist vreiði hans; og hann sendi ørindrekar á fund Ábimeleks í Áruma og læt siga: «Sí, Gáal Ebedsson og brøður hans eru komnir til Sikem; og teir øsa upp staðin móti tær. Far nú upp á nátt, tú og menn tínir, og leggið tykkum á loynum á víðavangi. Og snimma um morgunin, tá ið roðar fyri sól, skalt tú fara upp og ráðast á borgina. Hann man tá fara út til tín við monnum sínum; og skalt tú tá fara við honum, eins og tú fært høvi til!» Ábimelek fór um náttina við øllum monnum sínum og legði seg á loynum móti Sikem í fýra flokkum. Gáal Ebedsson kom nú út og tók støðu við borgarliðið; og í sama bili lupu Ábimelek og menn hans fram úr loynistaði sínum. Tá ið Gáal bar eyga við menninar, segði hann við Zebul: «Sí, har koma menn oman av fjøllunum!» Men Zebul svaraði honum: «Tað er fjallaskuggin, sum tú heldur vera menn.» Men Gáal helt áfram og segði: «Jú, har koma menn oman av Landsnalvanum, og ein flokkurin kemur eftir vegnum móti Spásagnareikini!» Tá mælti Zebul við hann: «Hvar eru nú tíni stóru orð, tú, sum segði: Hvør er Ábimelek, at vit skulu træla undir honum! Munnu hatta ikki vera teir menn, sum tú einkisvirdi? Far nú út í bardaga við teir!» Tá fór Gáal á odda fyri Sikembúgvum út at berjast við Ábimelek. Men Ábimelek ráddist so harðliga á hann, at hann flýddi undan honum, og mangir lógu vignir alla leiðina alt at borgarliðinum. Síðan settist Ábimelek niður í Áruma. Men Zebul rak Gáal og ætt hansara út úr Sikem. Dagin eftir fór fólkið út í hagan; hetta frætti Ábimelek. Hann tók tá menn við sær, skipaði teir í tríggjar flokkar og legði seg á loynum á víðavangi; og tá ið hann sá fólkið koma út úr borgini, herjaði hann á tey og vann sigur av teimum. Ábimelek og tann flokkurin, sum við honum var, tustu nú fram og tóku støðu við borgarliðið, meðan hinir báðir flokkarnir ráddust á tey, sum vóru úti í haganum, og vógu tey. Allan dagin bardist Ábimelek um borgina; at endanum hertók hann hana og drap fólkið, sum har var; síðan breyt hann borgina niður og stroyddi hana við salti. Tá ið tey, sum hølaðust í Sikemtorninum, hoyrdu hetta, gingu tey niður í hválvið undir húsi El-Berits. Og tá ið Ábimelek frætti, at øll í Sikemtorninum vóru samankomin har, fór hann og alt liðið, sum við honum var, niðan á Zalmonfjallið, og hann tók øks í hond, høgdi greinar av trøunum og tók tær upp á herðar sínar; og hann segði við liðið, sum við honum var: «Skundið tykkum og gerið tað sama, sum tit sóu meg gera!» Tá fór hvør maður at høgga greinar og hildu aftan á Ábimelek, og teir løgdu tær yvir hválvið og settu eld á hválvið uppi yvir teimum. Soleiðis doyðu øll, sum vóru í Sikemtorninum, okkurt um túsund kallar og konur. Síðan fór Ábimelek móti Tebez, og hann kringsetti Tebez og vann hana. Men í miðjari borgini var sterkt torn; hagar flýddu bæði kallar og konur, ja allir borgarbúgvar lokaðu eftir sær og gingu upp á takið á torninum. Ábimelek kom nú fram at torninum og gjørdi álop á tað; men tá hann nærkaðist durum tornsins til tess at seta eld á tað, kastaði kona ovara kvarnarstein í høvdið á Ábimeleki og smildraði høvuðskalla hansara. Hann rópaði tá alt í einum á sín vápnasvein og bað hann bregða svørðinum og drepa seg, til tess at tað ikki skuldi verða sagt, at hann var vigin av konu. Vápnasveinur hansara rendi tá svørðið gjøgnum hann, og soleiðis læt hann lív. Men tá ið Ísraelsmenn sóu, at Ábimelek var deyður, fóru teir hvør heim til sín sjálvs. Soleiðis endurgalt Guð Ábimeleki tað illa, sum hann hevði gjørt ímóti faðir sínum, tá ið hann drap hinar sjeyti brøður sínar. Og allan illskap Sikembúgva læt Guð koma oman yvir teir sjálvar. Soleiðis sannaðist tað illa, sum Jótam Jerubbáalsson hevði biðið oman yvir teir.
Eftir Ábimelek reis upp Tóla Puason, Dódosonar, til at bjarga Ísrael. Hann var ættaður úr Issakar og búði í Sjámir á Efraims fjøllum. Og hann var dómari í Ísrael tjúgu og trý ár. Síðan andaðist hann og varð jarðaður í Sjámir. Eftir hann reis upp Jáir Gileaditi og var dómari í Ísrael í tjúgu og tvey ár. Hann átti tríati synir; teir riðu á tríati asnafolum og høvdu tríati borgir; tær eita enn í dag Jáirs tjaldbygdir og standa í Gileads landi. Síðan andaðist Jáir og varð jarðaður í Kámon. Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, ið ilt var í eygum Harrans og dýrkaðu Báalar og Ástartur og gudar Áramita og Zidonita og gudar Móabita og Ammonita og gudar Filista og søgdu burtur Harran og dýrkaðu hann ikki. Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael, og hann gav teir Filistum og Ammonitum upp í hendur. Og teir nívdu og kúgaðu Ísraelsmenn tað árið; og í átjan ár kúgaðu teir allar Ísraelsmenn, sum búðu handan fyri Jórdan í landi Ámorita í Gilead. Ja, Ammonitar hildu yvir um Jórdan til at herja á Júda og Benjamin og Efraims hús, so at Ísraelsmenn vórðu illa trongdir. Tá rópaðu Ísraelsmenn til Harrans og søgdu: «Vit hava syndað móti tær; tí at vit hava sagt burtur Harran, Guð okkara, og hava dýrkað Báalarnar. Men Harrin svaraði Ísraelsmonnum: «Hava ikki Egyptar, Ámoritar, Ammonitar, Filistar, Zidonitar, Ámalekitar og Midianitar nívt tykkum? Og tá ið tit rópaðu til mín um hjálp, frelsti eg tykkum úr hondum teirra. Men tit hava sagt meg burtur og hava dýrkað aðrar gudar; tí vil eg ikki hjálpa tykkum aftur. Farið nú og rópið teir gudar um hjálp, sum tit hava kosið tykkum! Latið teir nú hjálpa tykkum í neyð tykkara!» Tá søgdu Ísraelsmenn við Harran: «Vit hava syndað! Ger við okkum, rætt sum tær líkar! Men frels okkum nú hesa einu ferðina!» Síðan tveittu teir frá sær hinar fremmandu gudar og dýrkaðu Harran. Tá harmaðist hann yvir eymd Ísraels. Ammonitar savnaðust nú saman og settu herbúðir sínar í Gilead. Eisini Ísraelsmenn savnaðust og settu herbúðir sínar í Mizpa. Tá segði fólkið, høvdingar Gileads, hvør við annan: «Hvør er tann maður, ið fyrstur vil hevja orrustu móti Ammonitum? Hann skal verða høvdingi yvir øllum Gileadbúgvum.»
Jefta Gileaditi var mikil hetja; men hann var skøkjusonur. Gilead hevði gitið Jefta. Men eisini kona Gileads føddi honum synir; og tá ið teir vóru tilkomnir, róku teir Jefta burtur og søgdu við hann: «Ikki skalt tú fáa arv í ætt faðirs okkara, tí at tú ert sonur fremmanda konu.» Tá flýddi Jefta undan brøðrum sínum og settist niður í landinum Tób. Har savnaðust um hann rekavætti, sum fylgdu honum á ferðum hans. Tá nú ein tíð var umliðin, fóru Ammonitar í hernað móti Ísrael. Og tá ið Ammonitar tóku at herja á Ísrael, fóru hinir elstu í Gilead eftir Jefta, til tess at fáa hann heim aftur úr landinum Tób. Teir søgdu við Jefta: «Kom og ver oddamaður okkara. Tá skulu vit berjast við Ammonitar.» Men Jefta svaraði teimum elstu í Gilead: «Hava tit ikki lagt hatur á meg og rikið meg burtur úr húsi faðirs míns? Hví koma tit til mín nú, tá ið tit eru staddir í neyð?» Men teir elstu í Gilead søgdu við Jefta: «Tessvegna eru vit nú aftur komnir til tín. Vilt tú koma við okkum móti Ammonitum, so skalt tú vera høvdingi alra teirra, sum búgva í Gilead.» Jefta svaraði teim elstu í Gilead: «Vilja tit hava meg aftur við tykkum til tess at berjast móti Ammonitum, og Harrin gevur teir undir mítt vald, so skal eg vera høvdingi tykkara.» Tá søgdu teir elstu í Gilead við Jefta: «Harrin veri hoyrnarvitni okkara millum! Vissuliga vilja vit gera, eins og tú hevur sagt!» Tá fór Jefta við teim elstu í Gilead, og fólkið setti hann sum høvdinga og oddamann yvir sær. Og Jefta tók uppaftur øll orð síni fyri Harranum í Mizpa. Síðan sendi Jefta ørindreka á fund við kong Ammonita og læt siga: «Hvat er okkara millum, at tú kemur at herja á meg og land mítt?» Kongur Ammonita svaraði ørindrekum Jefta: «Jú, Ísraelsmenn løgdu undir seg land mítt, tá ið teir komu úr Egyptalandi, frá Arnon og alt at Jabbok og Jórdan. Lat tað nú frá tær aftur við góðum!» Jefta sendi tá aftur ørindrekar á fund við kong Ammonita og læt siga við hann: «So sigur Jefta: Ísrael legði ikki Móabs land undir seg ella land Ammonita. Men tá ið Ísraelsmenn fóru úr Egyptalandi og komu gjøgnum oyðimørkina at Reyðahavinum og vóru komnir til Kádesj, tá sendu teir ørindrekar á fund við Edóms kong og lótu siga: Loyv okkum at fara gjøgnum land títt! Men Edóms kongur vildi ikki hoyra. Eisini Móabs kongi sendu teir boð; men heldur ikki hann vildi hoyra. Ísrael varð tá verandi í Kádesj. Síðan komu teir gjøgnum oyðimørkina og fóru í bug kring um Edóms land og Móabs land og komu eystaneftir at Móabs landi og settu upp herbúðir sínar hinumegin Arnon, men komu ikki inn á landaøki Móabs, tí at Arnon er landamark Móabs. Ísrael sendi tá ørindrekar á fund við Sihon kong Ámorita, kongin av Hesjbon, og læt siga við hann: Loyv okkum at fara gjøgnum land títt hagar, ið vit ætla okkum. Men Sihon sýtti teimum loyvi at fara gjøgnum land sítt og savnaði alt herlið sítt, og teir settu upp herbúðir sínar í Jáhza til tess at berjast við Ísrael. Men Harrin, Ísraels Guð, gav Sihon og alt herlið hansara upp í hendur Ísraelsmanna, so at teir vunnu sigur av teimum og løgdu undir seg alt tað land, sum Ámoritar búðu í. Soleiðis løgdu teir undir seg alt landaøki Ámorita frá Arnon at Jabbok og frá oyðimørkini alt at Jórdan. Harrin, Ísraels Guð, rak sjálvur Ámoritar undan fólki sínum Ísrael; og nú ætlar tú at leggja land tess undir teg! Manst tú ikki ogna tær land teirra, ið Kemosj, gud tín, rekur burtur undan tykkum? Á sama hátt ogna vit okkum land teirra, ið Harrin, Guð okkara, rekur burtur undan okkum. Manst tú vera frægari enn Bálak Zipporsson, kongur av Móab? Klandraðist hann við Ísrael ella fór í hernað móti teimum? Í trý hundrað ár hava nú Ísraelsmenn búð í Hesjbon og umliggjandi bygdum, í Ároer og umliggjandi bygdum, og í øllum borgunum fram við Arnon; hví hava tit ikki tikið landið eftir øllum hesum árum? Eg havi ikki gjørt tær nakað, men tú bert teg illa at við at herja á meg. Harrin, sum er dómari, skal døma í dag millum Ísraelsmanna og Ammonita!» Men kongur Ammonita vildi ikki lurta eftir tí, sum Jefta læt siga við hann. Tá kom andi Harrans yvir Jefta, og hann fór ígjøgnum Gilead og Manasse; og hann fór til Mizpe í Gilead, og frá Mizpe í Gilead fór hann ímóti Ammonitum. Og Jefta gjørdi Harranum heiti og segði: «Um tú gevur Ammonitar upp í hendur mínar, tá skal tann, sum fyrstur kemur út úr húsi mínum móti mær, tá ið eg komi heim aftur í øllum góðum frá Ammonitum, hoyra Harranum til, og eg skal ofra honum hann sum brennioffur.» Síðan fór Jefta í hernað móti Ammonitum; og Harrin gav teir upp í hendur hansara, so at hann vann almiklan sigur á teimum frá Ároer og alla leið til Minnit – tjúgu borgir – og til Ábel-Keramin. Soleiðis máttu Ammonitar lúta fyri Ísraelsmonnum. Men tá ið hann kom heim aftur til Mizpe, sí, tá kom dóttir hansara út móti honum við glymskálum og dansi; hon var onkarbarn hansara; hann átti hvørki son ella dóttur umframt hana. Og tá ið hann bar eyga við hana, skræddi hann klæði síni sundur og rópaði: «Á, dóttir mín, tú veldir mær sorg og elvir mær miklan trega, tí at eg havi latið upp munn mín fyri Harranum, og eg kann ikki taka orð míni aftur!» Men hon segði við hann: «Faðir mín, hevur tú latið upp munn tín fyri Harranum, tá ger við meg eftir orðum tínum, nú tá ið Harrin hevur givið tær hevnd yvir fíggindar tínar, Ammonitarnar!» Og hon mælti við faðir sín: «Eitt biði eg teg um: Veit mær frest í tveir mánaðir, so at eg kann fara í fjøllini saman við vinkonum mínum at gráta yvir, at eg má doyggja sum ungmoy.» Hann svaraði: «Far!» Og hann sendi hana burtur í tveir mánaðir. Hon helt tá í fjøllini við vinkonum sínum at gráta yvir at skula doyggja sum ungmoy. Men tá ið teir tveir mánaðirnir vóru lidnir, kom hon heim aftur til faðirs síns; og hann gjørdi tá við hana samsvarandi heiti sínum. Men hon hevði ikki vitað av manni. Tað varð seinni siður í Ísrael, at Ísraelsdøtur ár eftir ár fara og hevja harmljóð um dóttur Jefta Gileadita fýra dagar á hvørjum ári.
Síðan savnaðust Efraimitar og hildu norðureftir; og teir søgdu við Jefta: «Hví fórt tú í hernað móti Ammonitum og stevndi ikki okkum við tær til ferðar? Nú vilja vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!» Men Jefta svaraði teimum: «Eg og menn mínir stóðu í hørðum stríði móti Ammonitum, tá bað eg um hjálp frá tykkum, men tit vildu ikki hjálpa okkum úr hondum teirra. Og tá ið eg sá, at eingin kom mær til hjálpar, setti eg lívið í váða og fór ímóti Ammonitum, og Harrin gav teir upp í hendur mínar. Hví koma tit nú at herja á meg?» Síðan savnaði Jefta allar Gileads menn til at berjast við Efraim. Og Gileads menn vunnu sigur av Efraim; og teir byrgdu vaðini um Jórdan fyri Efraimitum: Og hvørja ferð einhvør flóttamaður úr Efraim rópaði: «Lat meg koma yvirum!» spurdu Gileads menn: «Ert tú Efraimiti?» og um hann tá svaraði: «Nei,» søgdu teir við hann: «Sig Sjibbolet»! Og um hann tá segði: «Sibbolet», av tí at hann ikki kundi bera orðið rætt fram, tóku teir hann á hondum og drópu hann við Jórdans vað. Ta ferðina fullu av Efraim fjøruti og tvey túsund. Jefta var dómari í Ísrael í seks ár. Og Jefta Gileaditi andaðist og varð jarðaður í borg síni í Gilead. Eftir hann var Ibzan úr Betlehem dómari í Ísrael. Hann átti tríati synir; tríati døtur gifti hann burtur, og tríati sonarkonur førdi hann sonum sínum aðrastaðni frá. Hann var dómari í Ísrael í sjey ár. Síðan andaðist Ibzan og varð jarðaður í Betlehem. Eftir hann var Elon Zebuloniti dómari í Ísrael, og hann var dómari í Ísrael í tíggju ár. Síðan andaðist Elon Zebuloniti og varð jarðaður í Ajjalon í Zebulons landi. Eftir hann var Abdon Hillelsson úr Piraton dómari í Ísrael. Hann átti fjøruti synir og tríati sonarsynir, ið riðu á sjeyti asnafolum. Hann var dómari í Ísrael í átta ár. Síðan andaðist Abdon Hillelsson úr Piraton og varð jarðaður í Piraton í Efraims landi á Ámaleks fjøllum.
Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Filista í fjøruti ár. Í Zóreu búði maður av Dáns ættargrein, Mánóa nevndur at navni; kona hansara var ein ófrukt og fekk einki barn. Nú birtist eingil Harrans fyri konuni og segði við hana: «Sí, tú ert ein ófrukt og fært einki barn; men nú skalt tú verða við barn og føða son. Men vara teg nú frá at drekka vín ella sterkan drykk og et als einki, sum óreint er! Tí at sí, tú skalt verða við barn og føða son, og rakiknívur má ikki koma á høvur hans; tí at sveinurin skal verða halgaður Guði alt frá móðurlívi, og hann skal fyrstur frelsa Ísrael úr hondum Filista.» Konan fór tá og segði við mann sín: «Einhvør Guðsmaður kom til mín til útsjóndar sum eingil Guðs og øgiligur á at líta; eg spurdi hann ikki, hvaðan hann var; og hann segði mær ikki navn sítt; men hann segði við meg: Sí, tú skalt verða við barn og føða son; og tú mást hvørki drekka vín ella sterkan drykk og ikki eta nakað óreint, tí at sveinurin skal verða Guði halgaður alt frá móðurlívi til deyðadags.» Tá fór Mánóa at biðja til Harrans og segði: «Á Harri! Lat hin Guðsmannin, sum tú sendi, koma aftur til okkara og siga okkum, hvussu vit skulu fara at við sveininum, ið føðast skal!» Guð bønhoyrdi Mánóa, og eingil Guðs kom aftur til konuna, meðan hon var úti á víðavangi; men Mánóa, maður hennara, var ikki við henni. Konan fór nú sum skjótast og segði við mann sín: «Sí, maðurin, ið kom til mín hin dagin, hevur nú birtst fyri mær!» Mánóa reis tá upp og fór aftan á konu sína; og tá ið hann kom til mannin, segði hann við hann: «Ert tú maðurin, ið talaði við konuna?» Hann svaraði: «Ja.» Tá mælti Mánóa: «Tá ið nú orð tíni ganga út, hvussu eiga vit tá at fara at við sveininum?» Eingil Harrans svaraði Mánóa: «Konan skal vara seg fyri øllum tí, sum eg nevndi fyri henni. Hon má einki njóta av tí, sum kemur av víntrænum og ikki drekka vín og sterkar drykkir, ei heldur eta nakað óreint; alt tað, ið eg havi boðið henni, skal hon halda.» Tá segði Mánóa við eingil Harrans: «Vit vilja fegin hava teg at steðga, at eg kann matgera geitarlamb fyri tær.» Men eingil Harrans svaraði Mánóa: «Um tú fekst meg at steðga, vildi eg kortini ikki etið av mati tínum; men vilt tú tilreiða brennioffur, tá ofra Harranum tað!» Tí at Mánóa visti ikki, at tað var eingil Harrans. Tá segði Mánóa við eingil Harrans: «Hvat er navn títt? Tá ið orð tíni ganga út, vilja vit tigna teg.» Men eingil Harrans svaraði honum: «Hví spyrt tú meg um navn mítt? Tað er undursamt.» Tá tók Mánóa geitarlambið og grónofrið og ofraði Harranum tað á klettinum, og nakað undursamt hendi, meðan Mánóa og kona hansara litu at; tá ið login frá altarinum steig upp móti himni, fór eingil Harrans upp í altarloganum, og tá ið Mánóa og kona hansara sóu tað, fullu tey til jarðar fram á ásjón sína. Eftir tað birtist eingil Harrans ikki aftur fyri Mánóa og konu hansara. Tá skilti Mánóa, at tað hevði verið eingil Harrans. Og Mánóa segði við konu sína: «Vissuliga mega vit doyggja, tí at vit hava sæð Guð!» Men kona hansara svaraði honum: «Hevði Harrin ætlað at drepa okkum, so hevði hann ikki tikið við brenniofri og grónofri av okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum tílíkar lutir.» Konan átti nú son og nevndi hann Samson. Sveinurin vaks upp, og Harrin signaði hann. Og andi Harrans tók at eggja hann í herbúðum Dáns millum Zóreu og Esjtaol.
Einaferð, tá ið Samson var farin oman í Timna, sá hann har eina av døtrum Filista. Hann fór tá heim aftur og segði faðir sínum og móður síni frá hesum og mælti: «Eg havi sæð gentu í Timna, eina av døtrum Filista; hana skulu tit fáa mær til konu!» Faðir og móðir hansara svaraðu: «Er nú eingin genta millum døtur frænda tína og í øllum fólki tínum, at tú mást fara at fáa tær konu frá Filistum, ið eru óumskornir?» Men Samson svaraði faðir sínum: «Hana skalt tú fáa mær, tí at hon er mær tekkilig!» Men faðir og móðir hans vistu ikki, at hetta var frá Harranum, sum hevði í hyggju at elva stríð við Filistar, tí at um tað mundið valdaðu Filistar Ísrael. Samson fór nú við faðir og móður síni til Timna, og tá ið tey komu at víngørðum Timna, sí, tá kom ungt ljón ýlandi ímóti honum. Men andi Harrans kom yvir hann, so at hann skræddi tað sundur við báðum hondum, eins og var tað geitarlamb. Men faðir og móður síni segði hann einki um, hvat hann hevði gjørt. Síðan fór hann oman og bar upp bønarorð fyri gentuni, tí at Samsoni dámdi hana væl. Og tá ið hann nakrar dagar seinni var á veg oman at fáa hana til konu, fór hann til viks at hyggja at tí deyða ljóninum; sí, tá var vað av býflugum í ræi ljónsins og hunangur. Og hann tók hunang upp í hond sína og át, meðan hann gekk, og tá ið hann kom til faðir sín og móður sína, gav hann teimum, og tey ótu; men hann segði ikki fyri teimum, at hann hevði tikið hunangin úr ræi ljónsins. Síðan kom Samson til konuna og gjørdi har veitslu, tí at so var siður hjá ungum monnum. Og tá ið teir sóu hann, valdu teir út tríati brúðarsveinar til at vera við honum. Tá segði Samson við teir: «Eg skal bera upp gátu fyri tykkum; og um tit ráða mær hana eftir hesum sjey veitsludøgum, skal eg geva tykkum tríati línklæði og tríati hátíðarbúnar. Men kunnu tit ikki ráða mær hana, so skulu tit geva mær tríati línklæði og tríati hátíðarbúnar!» Teir svaraðu honum: «Ber upp gátu tína og lat okkum hoyra hana.» Tá segði hann við teir: «Úr etaranum kom æti og søtleiki úr hinum sterka.» Tríggir dagar liðu nú, uttan at teir kundu ráða gátuna. Og fjórða dagin søgdu teir við konu Samsons: «Lokka mann tín til at siga okkum ráðan gátunnar! Annars seta vit eld á teg og hús faðirs tíns. Er tað til at ræna okkum, at tit hava boðið okkum higar?» Kona Samsons strongdi tá á hann við tárum og mælti: «Hatur og ikki ástir hevur tú lagt við meg! Tú hevur borið upp gátu fyri tjóðfeløgum mínum og ikki sagt mær ráðan hennara!» Men hann svaraði henni: «Faðir mínum og móður havi eg ikki sagt ráðan hennara; eigi eg tá at siga hana fyri tær?» Men hon strongdi á hann við tárum allar teir sjey dagarnar, sum veitslan stóð; og sjeynda dagin segði hann henni ráðanina, av tí at hon soleiðis júkaði inn á hann. Tá fór hon og segði hana fyri tjóðfeløgum sínum. Og sjeynda dagin, áður enn hann gekk inn í herbergi sítt, søgdu borgarmenninir við hann: «Hvat er søtari enn hunangur, og hvat er sterkari enn ljónið?» Men hann svaraði teimum: «Høvdu tit ikki pløgt við kvígu míni, so ráddu tit ikki gátu mína!» Tá kom andi Harrans yvir hann, so at hann fór oman í Askalon og vá har tríati mans; og hann læt teir úr klæðum teirra og gav tey sum hátíðarbúnar til teirra, ið høvdu rátt gátuna. Og hann varð ógvuliga vreiður og fór heim aftur í hús faðirs síns. Men kona Samsons giftist einum av brúðarsveinunum, ið hevði verið vinur hans.
Nakað eftir hetta, í hveitiskurðartíðini, fór Samson at vitja konu sína og hevði geitarlamb við sær. Og hann segði við faðir hennara: «Loyv mær at fara inn í skemmuna hjá konu míni!» Men hann loyvdi honum tað ikki. Og faðir hennara segði: «Eg hugsaði fyri vist, at tú als einki legði í hana; tí gav eg hana brúðarsveini tínum; men yngra systir hennara er fríðari enn hon; hana gevi eg tær í hennara stað.» Tá segði Samson við teir: «Nú kann eg sakleysur gera Filistum alt ilt.» Síðan fór Samson og veiddi trý hundrað revar og fekk sær kyndlar; og hann knýtti halarnar saman tveir og tveir og bant ein kyndil millum hvørjar tveir halar. Síðan tendraði hann í kyndlarnar og slepti revunum út í bøin hjá Filistum og brendi bæði bundi og akrar, víngarðar og oljutrø. Filistar spurdu nú: «Hvør hevur gjørt hetta?» Og tá ið teir fingu at vita, at tað var Samson, mágur Timnitans, av tí at hann hevði tikið konu hansara frá honum og gift hana brúðarsveini hansara, tá fóru teir hagar og brendu bæði hana og faðir hennara inni. Tá segði Samson við teir: «Hava tit borið tykkum soleiðis at, so gevist eg ikki, fyrr enn eg havi hevnt mín á tykkum!» Og við harðari atsókn bardi hann teir so av, at sundur gingu lør og leggir. Síðan fór hann oman í hamrahellið við Etam og hølaðist har. Tá fóru Filistar niðan og settu upp herbúðir sínar í Júda og spjaddu seg út um Lehi. Men Júdamenn søgdu: «Hví eru tit komnir niðan at herja á okkum?» Teir svaraðu: «Vit eru komnir niðan til tess at binda Samson og fara við honum, eins og hann hevur farið við okkum.» Tá fóru trý túsund mans úr Júda oman í hamrahellið við Etam og søgdu við Samson: «Veitst tú ikki, at Filistar valda okkum? Hví hevur tú tá elvt okkum hetta?» Hann svaraði teimum: «Eins og teir gjørdu ímóti mær, soleiðis havi eg gjørt ímóti teimum!» Men teir søgdu við hann: «Vit eru komnir higar oman til tess at binda teg og geva teg í vald Filista.» Tá segði Samson við teir: «Gerið mær eið uppá, at tit ikki vilja týna meg av lívi!» Teir svaraðu honum og søgdu: «Nei, vit vilja einans binda teg og geva teg upp í hendur teirra, drepa teg vilja vit ikki.» Síðan bundu teir hann við tveimum nýggjum reipum og leiddu hann út úr hellinum. Men tá ið hann kom til Lehi, og Filistar tóku ímóti honum við fagnaðarrópum, tá kom andi Harrans yvir hann, so at reipini um armar hans vórðu eins og brendir líntræðrir, og fjøtrini duttu av hondum hans, eins og tey høvdu verið rotin. Og hann kom fram á nýggjan asnakjálka, Lehi rætti út hondina eftir honum og vá við honum túsund mans. Tá mælti Samson: «Við einum asnakjálka bardi eg teir av. Við einum asnakjálka vá eg túsund mans.» Tá ið hann hevði sagt hetta, tveitti hann kjálkan frá sær. Síðan hevur tann staðurin itið Rámat-Lehi. Men hann gjørdist ógvuliga tystur og rópaði til Harrans og mælti: «Tú hevur við tænara tínum givið henda mikla sigur; og nú má eg doyggja av tosta og falla í hendurnar á óumskornum monnum!» Tá gjørdi Guð kloyvu í Lehi, so vatn spratt upp; og tá ið hann hevði drukkið, kom lívsmegin aftur í hann, og hann livnaði upp. Tess vegna verður keldan kallað En-Hakkoret; hon finst í Lehi enn í dag. Hann var dómari í Ísrael á døgum Filista í tjúgu ár.
Eina ferð kom Samson til Gaza; har sá hann skøkju og fór inn til hennara. Men tá ið Gazabúgvar frættu, at Samson var farin inn hagar, fóru teir og løgdu seg á loynum eftir honum við borgarliðið; har hildu teir seg kvirrar alla náttina og ætlaðu at drepa hann, tá ið tað tók at lýsa fyri degi. Men Samson svav út á hálva náttina, og um miðju nátt fór hann upp, treiv um hurðarnar á borgarliðinum og skræddi tær upp við hurðarstólpum og loku, legði tað alt upp á herðar sínar og fór við tí dygst upp á fjallið áraka Hebron. Nakað eftir hetta fekk hann hug á konu, sum búði í Sorekdali, Dalila nevnd at navni. Tá fóru høvdingar Filista niðan til hennara og søgdu við hana: «Lokka nú út úr honum, og fá tú greiði á, í hvørjum hans mikla alv liggur fjalt, og hvussu vit kunnu basa honum, so at vit fáa bundið og kúgað hann; tá skal hvør okkara geva tær eitt túsund og eitt hundrað siklar í silvuri.» Dalila segði tá við Samson: «Sig mær tó, hvat tað er, ið gevur tær hetta mikla alv, og hvussu tú kanst verða bundin og kúgaður?» Samson svaraði henni: «Verði eg bundin við sjey nýggjum bogastreingjum, ið ikki eru vorðnir turrir, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.» Tá fingu høvdingar Filista henni sjey nýggjar bogastreingir, ið ikki vóru vorðnir turrir, og hon bant hann við teimum; samstundis hevði hon menn inni í skemmuni at sæta honum. Síðan rópaði hon á hann: «Samson, Filistar koma eftir tær!» Men hann sleit reipini sundur eins og ullartráð, sum eldur kemur at, og orsøkin til alv hans varð ikki funnin. Tá segði Dalila við Samson: «Sí, tú hevur teipað meg og logið fyri mær! Sig mær nú, við hvørjum tú kanst verða bundin!» Hann svaraði henni: «Verði eg bundin við nýggjum reipum, ið áður ikki hava verið nýtt í nakrari vinnu, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.» Tá tók Dalila nýggj reip og bant hann við teimum; síðan rópaði hon á hann: «Samson, Filistar koma eftir tær!» og menninir, ið sætaðu honum, vóru í skemmuni. Men hann sleit fjøtrini av ørmum sínum, eins og tað hevði verið tráður. Tá segði Dalila við Samson: «Aftur hevur tú teipað meg og logið fyri mær! Sig mær nú, við hvørjum tú kanst verða bundin!» Hann svaraði henni: «Vevur tú hárlokkar mínar sjey á høvdi mínum upp í veftin og slær teir fastar við vevskeiðini, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.» Tá ruraði hon hann í blund og vav hárlokkar sjey á høvdi hans upp í veftin og sló teir fastar við vevskeiðini. Síðan rópaði hon á hann: «Samson, Filistar koma eftir tær!» Men tá ið hann vaknaði, skræddi hann sundur bæði vev og veft. Tá segði hon við hann: «Hvussu kanst tú siga, at tú unnar meg, tá ið tú ikki lítur á meg, men hevur tríggjar ferðir teipað meg og ikki viljað sagt mær loyndarmálið við tínum mikla alvi?» Sum hon soleiðis dag um dag strongdi á hann og trongdi hann við orðum sínum, varð hann at endanum so móður í huga, at hann læt upp fyri henni alt hjarta sítt og segði við hana: «Rakiknívur hevur ikki verið á høvdi mínum, tí at frá móðurlívi havi eg verið Guði halgaður; um eg verði rakaður, so víkur alv mítt frá mær, og eg vikni og verði eins og allir aðrir menn.» Tá ið Dalila sá, at hann hevði latið upp alt hjarta sítt fyri henni, sendi hon boð eftir høvdingum Filista og segði við teir: «Komið nú, tí at nú hevur hann latið upp alt hjarta sítt fyri mær!» Tá fóru høvdingar Filista niðan til hennara og høvdu silvurið við sær. Síðan ruraði hon hann í blund á fangi sínum og kallaði á mann til at raka hárlokkarnar sjey av høvdi hans. Tá viknaði hann, og alv hansara hvarv. Hon rópaði nú: «Samson, Filistar koma eftir tær!» Og tá ið hann vaknaði úr svøvni, hugsaði hann: «Eins og áður man eg eisini hesa ferðina sleppa undan og skræða meg leysan.» Men hann visti ikki, at Harrin var vikin frá honum. Tá tóku Filistar hann á hondum og stungu eyguni út á honum. Síðan fluttu teir hann oman til Gaza og løgdu hann í fjøtur av kopari. Har mátti hann mala á kvørn í myrkustovu. Men hárið á høvdi hans tók aftur at vaksa, eftir at tað var avrakað. Nú savnaðust høvdingar Filista saman til at heiðra Dágon, gud sín, við miklum sláturofrum og halda sær at gaman, tí at teir søgdu: «Gud vár hevur givið Samson, fígginda okkara, upp í hendur okkara!» Meðan teir nú vóru væl hýrdir, søgdu teir: «Farið eftir Samsoni, at vit mega fáa stuttleika burtur úr honum.» Samson varð tá fluttur út úr myrkustovu, og teir høvdu hann fyri gjøldur; teir lótu hann standa millum súlurnar. Men tá ið fólkið sá hann, lovaðu teir gudi sínum og rópaðu: «Gud vár hevur givið fígginda okkara upp í hendur okkara, hann, sum oyddi land várt og drap so nógvar av okkum!» Tá mælti Samson við sveinin, ið leiddi hann: «Slepp mær og lat meg tríva um súlurnar, sum húsið hvílir á, og styðja meg aftur at teimum!» Men høllin var full av køllum og konum. Har vóru allir høvdingar Filista, og uppi á takinum vóru okkurt um trý túsund kallar og konur, sum hugdu at, hvussu teir høvdu Samson fyri gjøldur. Tá rópaði Samson á Harran og segði: «Harri, drottin, minst til mín og gev mær megi hesa einu ferð, so at eg á einum sinni fái hevnd yvir Filistar fyri eygu míni tvá!» Síðan treiv hann um báðar miðsúlurnar, sum húsið hvíldi á, og studdist við tær, við høgru hond um aðra og vinstru um hina. Tá mælti Samson: «Lat meg so doyggja saman við Filistum!» Síðan tók hann á av øllum alvi, so at húsið datt niður yvir høvdingarnar og alt fólkið, sum har var inni. Soleiðis vá hann í deyðastund síni fleiri, enn hann hevði vigið alla ævi sína. Tá fóru brøður hans og alt ættarfólk hans oman eftir honum og fluttu hann niðan og jarðaðu hann millum Zóreu og Esjtaol í grøvini hjá Mánóa, faðir hansara. Hann hevði tá verið dómari í Ísrael í tjúgu ár.
Maður búði í Efraims fjøllum nevndur Mika at navni. Hann segði við móður sína: «Hinir eitt túsund og eitt hundrað siklarnir í silvuri, sum vórðu tiknir frá tær, og hvørja vegna tú baðst ilt, meðan eg sjálvur lýddi á, sí, teir eru hjá mær; tað var eg, sum tók teir.» Tá mælti móðir hans: «Harrin signi teg, sonur mín!» Síðan flýddi hann móður síni teir eitt túsund og eitt hundrað silvursiklarnar. Og móðir hansara mælti: «Hatta silvurið skal av mær verða Harranum halgað, syni mínum til handa, til tess at hann úr tí skal gera gudamynd, eina stoypta mynd.» Men tá ið hann hevði fingið móður síni silvurið aftur, tók hon tvey hundrað silvursiklar og fekk gullsmiðinum, og hann gjørdi úr teimum gudamynd, stoypta mynd, sum varð sett upp í húsinum hjá Mika. Hesin maður Mika átti gudshús; og hann gjørdi sær akulmynd og húsgud og vígdi ein av sonum sínum til at vera prestur hjá sær. Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best. Men í Betlehem í Júda var ungur maður av Júda ætt; hann var Leviti og búði har í útisetri. Hesin maður fór úr heimbygd síni Betlehem í Júda til tess at búgva aðrastaðni í útisetri; og tá ið hann kom niðan á Efraims fjøll, fór hann inn á gátt hjá Mika og ætlaði at halda ferðini áfram. Men Mika segði við hann: «Hvaðan kemur tú?» Hann svaraði honum: «Eg eri Leviti úr Betlehem í Júda og eri á ferð at setast niður onkustaðni í útisetri.» Tá segði Mika við hann: «Búgv hjá mær, so skalt tú verða faðir og prestur hjá mær, og eg skal geva tær tíggju siklar í silvuri um árið umframt klædnahald og vistir.» Tá eftirlíkaði Levitin manninum og tók upp bústað hjá honum. Og honum dámdi tann unga mannin, eins og hann hevði verið ein av sonum hansara. Mika vígdi nú Levitan, og tann ungi maðurin varð prestur hans; og hann varð verandi í húsinum hjá Mika. Tá segði Mika: «Nú veit eg, at Harrin vil sýna mær góðvild, av tí at Leviti er vorðin prestur hjá mær.»
Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael, og á teimum døgum leitaðu Dánitar eftir arvaluti at búgva í; tí at inntil tá høvdu teir ongan lutin fingið millum ættir Ísraels. Dánitar valdu tá úr ættarfólki sínum fimm reystar menn frá Zóreu og Esjtaol og sendu teir til at kanna landið og rannsaka tað. Og teir søgdu við teir: «Farið og kannið landið!» Teir komu nú niðan á Efraims fjøll og inn við hús hjá Mika og lógu nátt har. Men tá ið teir nærkaðust húsinum hjá Mika, kendu teir málið á tí unga Levitanum, og teir fóru inn og spurdu hann: «Hvør hevur ført teg higar, og hvat hevst tú at her, og hví ert tú her?» Hann svaraði teimum: «Hetta og hetta hevur Mika gjørt móti mær; hann leigaði meg til at vera prestur hjá sær.» Teir søgdu tá við hann: «Far og leita ráð við Harran, so at vit mega fáa at vita, um henda ferð okkara man fara at eydnast.» Presturin svaraði teimum: «Farið heilir og happadrúgvir, tí at ferð tykkara hóvar Harranum!» Teir fimm menninir fóru tá leið sína og komu til Lájisj; teir sóu, at fólkið, sum har búði, livdi í trygdum, eins og Zidonitar livdu í ró og trygdum, og at eingin skortan var á nøkrum í landinum; fólkið var ríkt og búði fjart frá Zidonitum og hevði einki samband við Áramitar. Tá ið teir komu aftur til brøður sínar í Zóreu og Esjtaol, spurdu hinir teir: «Hvørji tíðindi hava tit?» Teir svaraðu: «Á føtur, og latum okkum fara niðan til Lájisj, tí at vit hava sæð landið, og sí, tað er frálíka gott! Sitið nú ikki og bínið og ivist í at fara avstað til at leggja landið undir tykkum! Tí at Guð hevur givið tað upp í hendur tykkara – land har ikki trot er á nøkrum, sum finst á fold; har fara tit at hitta fólk, sum livir óttaleyst; og landið er stórt!» Tá fóru seks hundrað herklæddir menn av Dáns ætt úr Zóreu og Esjtaol, og teir hildu norðureftir og settu herbúðir sínar í Kirjat-Jearim í Júda. Tí eitur tann staður enn í dag Dáns herbúðir og fyri vestan Kirjat-Jearim. Haðan fóru teir yvir á Efraims fjøll og komu at húsunum hjá Mika. Tá mæltu hinir fimm, sum høvdu verið og kannað Lájisj, og søgdu við ættarmenn sínar: «Vita tit, at í hesum húsi finst bæði akulmynd og húsgudur, skurðgudamynd, stoypt mynd? Hugsið nú um, hvat tit eiga at gera!» Teir fóru tá hagar og gingu inn í húsið hjá tí unga Levitanum, í húsið hjá Mika, og bóru honum kvøðu. Men hinir seks hundrað herbúnu Dánitar vórðu standandi eftir við liðið. Hinir fimm, ið høvdu verið og kannað landið, fóru nú og tóku hina stoyptu skurðgudamyndina, akulmyndina og húsgudin, meðan presturin og hinir seks hundrað herbúnu menninir stóðu við liðið. Men tá ið teir gingu inn í húsið hjá Mika og tóku hina stoyptu skurðgudamyndina, akulmyndina og húsgudin, segði presturin við teir: «Hvat er tað, tit havast at?» Teir svaraðu honum: «Tigandi! Legg hond á munn! og kom við okkum og verð faðir og prestur hjá okkum. Líkar tær betur at vera húsprestur hjá einum manni enn at vera prestur hjá ætt og ættargrein í Ísrael?» Tá varð presturin glaður, tók akulmyndina, húsgudin og skurðgudamyndina og bant felag við menninar. Síðan fóru teir haðan og hildu avstað; og teir lótu konur og børn, fenað og dýrgripir vera á odda. Men tá ið teir vóru komnir langt frá húsunum hjá Mika, savnaðust teir menn, sum búðu í grannahúsum Mika; teir tóku at elta Dánitarnar og fingu teir aftur. Og tá ið teir rópaðu á Dánitarnar, snúðust teir á og søgdu við Mika: «Hvat bagir tær, at tú kemur so fjølmentur?» Hann svaraði: «Tit hava tikið gudar mínar, sum eg gjørdi mær, og prestinum eru tit farnir avstað við! Hvat eigi eg nú eftir? Hvussu kunnu tit spyrja meg, hvat mær bagir?» Men Dánitar svaraðu honum: «Lat okkum ikki hoyra eitt orð av tær afturat, annars kunnu huggrammir menn verða tykkum at bana, so at bæði tú og ættarmenn tínir týna lívið!» Síðan fóru Dánitar leið sína; og tá ið Mika sá, at teir vóru ovursterkir, snúðist hann heim aftur til húsa. Tá ið teir nú høvdu tikið alt hetta, sum Mika hevði gjørt sær, og somuleiðis prest hansara, fóru teir ímóti Lájisj, móti fólki, sum livdi í trygdum og friði; og teir jarðløgdu tað við svørði og settu eld á borgina. Eingin kom til hjálpar, tí at borgin lá langt frá Zidon og hevði einki samband við Áramitar. Hon stóð í dalinum við Bet-Rehob. Síðan endurreistu teir borgina og settust niður har. Og teir kallaðu borgina Dán eftir Dán, ættarfaðir teirra, synir Ísraels. Men áður hevði hon itið Lájisj. Har settu Dánitar sær gudamyndina upp; og Jónatan Gersjomsson Mósessonar og synir hansara vóru prestar hjá Dáns ætt, alt til fólkið varð herleitt úr landinum. Og gudamyndina, sum Mika hevði gjørt sær, settu teir upp hjá sær; og har var hon alla ta tíð, sum gudshúsið var í Silo.
Á teimum døgum, tá ið eingin kongur var í Ísrael, vildi so til, at maður búði í útisetri dygst inni í Efraims fjøllum; hesin maður var Leviti; og hann fekk sær hjákonu úr Betlehem í Júda. Men hjákona hansara sveik hann og rýmdi frá honum heim aftur í hús faðirs síns til Betlehem í Júda. Tá ið hon hevði verið har einar fýra mánaðir, fór maður hennara eftir henni at tala hana til rættis og fáa hana aftur við sær. Hann hevði svein sín við sær og tveir asnar. Hann nærkaðist nú húsi faðirs hennara; og tá ið faðirin at hini ungu konuni bar eyga við hann, fór hann við fagnaði ímóti honum. Verfaðir hansara, faðirin at hini ungu konuni, helt honum aftur, so at hann varð verandi hjá honum í tríggjar dagar. Og teir ótu og drukku og lógu nátt har. Men fjórða dagin fóru teir snimma upp og búðust til ferðar. Tá segði faðirin at hini ungu konuni við dótturmann sín: «Fá tær fyrst ein bita at styrkja teg við; síðan mega tit fara til gongu!» Teir settust tá aftur báðir tveir og fóru at eta og drekka saman. Tá segði faðirin at hini ungu konuni við mannin: «Gist heldur her í nátt og ger tær til góðar!» Og tá ið hann skuldi fara, strongdi verfaðir hansara so á hann, at hann settist aftur og gisti har enn eina nátt. Um morgunin fimta dagin fór hann snimma upp og bjóst til ferðar; men faðirin at hini ungu konuni segði: «Fá tær fyrst eitt sindur niður á hjartað!» Teir settust tá aftur, til dagur tók at halla; og teir ótu báðir saman. Maðurin bjóst tá til ferðar við hjákonu síni og sveini sínum. Men verfaðir hansara, faðirin at hini ungu konuni, segði við hann: «Sí, tað er liðið so nógv út á dagin, at tit verða noyddir at gista. Dagurin tekur at halla; ver her í nátt og ger tær til góðar; í morgin ári mega tit fara til gongu, so at tú kanst koma heim.» Men maðurin vildi ikki aftur liggja nátt; hann bjóst til ferðar og kom áraka Jebus, tað er Jerúsalem; hann hevði við sær tveir asnar undir klyv og hjákonu sína og sveinin. Tá ið teir nú vóru við Jebus, og nógv var liðið út á dagin, segði sveinurin við harra sín: «Kom, latum okkum fara inn í hesa borg Jebusita og gista har í nátt.» Men húsbóndi hansara svaraði honum: «Ikki skulu vit fara inn í borg hjá ókunnufólki, ið ikki eru Ísraelitar! Latum okkum heldur halda áfram til Gibeu.» Og hann mælti við sveinin: «Kom! Vit skulu fara inn onkustaðni og gista annaðhvørt í Gibeu ella Ráma.» Síðan hildu teir leiðina áfram, og tá ið teir vóru við Gibeu í Benjamin, fór sól til viða. Teir sneiddu tá av vegnum til at fara inn í Gibeu at gista. Og hann fór og setti seg á borgartorginum; men eingin kom at bjóða teimum heim til sín at gista. Men sí, har kom um kvøldið gamal maður heim úr bønum frá starvi sínum har; hann var frá Efraims fjøllum og búði í útisetri í Gibeu; men teir, sum har búðu, vóru annars Benjaminitar. Tá ið hann nú leit seg um, sá hann ferðamannin á borgartorginum; og hin gamli maðurin mælti: «Hvar ætlar tú tær at fara, og hvaðan kemur tú?» Hann svaraði honum: «Vit eru á ferð úr Betlehem í Júda og ætla okkum dygst inn á Efraims fjøll; haðan eri eg. Eg fór til Betlehem í Júda og eri nú á heimferð; men eingin býður mær heim til sín at gista, tó at vit hava bæði hálm og fóður til asnar mínar og breyð og vín til mín og trælkonu tína og svein tænara tíns. Her er einki trot á nøkrum.» Tá mælti hin gamli maðurin: «Vælkomin skalt tú vera! Alt, sum tær er tørvur á, skalt tú fáa hjá mær; ið hvussu so fer, skalt tú ikki liggja á torginum í nátt.» Hann tók hann tá heim við sær og gav asnunum at eta; og teir tváaðu føtur sínar og ótu og drukku. Men meðan teir soleiðis gjørdu sær til góðar, kringsettu borgarmenninir húsið – hesi ótýggi – og teir bardu á hurðina og rópaðu á hin gamla mannin, sum átti húsið, og søgdu: «Kom út higar við manninum, sum er komin til tín, so at vit mega kenna hann!» Men maðurin, sum átti húsið, fór út til teirra og segði við teir: «Nei, brøður mínir! Gerið nú einki ilt! Maðurin er komin inn í hús mítt; og tit skulu ikki fremja tílíka skemdargerð! Men her hava tit dóttur mína, sum er moyggj; neyðtakið hana og farið við henni, sum tykkum lystir! Men móti hesum manni skulu tit ikki fremja tílíka skemdargerð!» Men menninir vildu ikki lurta eftir honum. Tá tók maðurin hjákonu sína og leiddi hana út á gøtuna til teirra; og teir framdu vilja sín og fóru illa við henni alla náttina og alt út á morgunin og sleptu henni ikki, fyrr enn tað lýsti av degi. Í lýsingini kom hon aftur og datt niður fyri húsdurum mansins, har sum húsbóndi hennara var, og har varð hon liggjandi, til tað var alljóst. Men um morgunin, tá ið húsbóndi hennara fór upp og læt húsdyrnar upp og gjørdi seg til til at fara avstað, sí, tá lá konan, hjákona hansara, fyri húsdurunum við hondunum niður á gáttina. Hann segði tá við hana: «Rís upp og latum okkum fara avstað!» Men hon svaraði ikki. Tá tók hann hana upp á asnan og byrjaði ferðina heim. Men tá ið hann var heimkomin, tók hann knívin og tók so hjákonu sína og skar hana lim fyri lim sundur í tólv lutir og sendi teir um alt Ísraels land. Og monnunum, sum hann sendi, beyð hann at siga við hvønn Ísraelsmann: «Hevur tílíkt hent, síðan Ísraelsmenn fóru út úr Egyptalandi? Hugleiðið hetta og leggið ráð saman og sigið, hvat tit halda!» Og hvør, sum sá tað, segði: «Tílíkt hevur ikki hent, síðan Ísraelsmenn fóru út úr Egyptalandi!»
Tá hildu allir Ísraelsmenn avstað, og allur savnaðurin kom saman frá Dán til Beersjebu og úr Gileads landi frammi fyri Harranum í Mizpa. Og allir høvdingar fólksins av øllum ættum Ísraels gingu fram, har ið fólk Guðs var komið saman fýra hundrað túsund herbúnir menn av gonguherfólki. Benjaminitar frættu nú, at Ísraelsmenn vóru komnir til Mizpa, og Ísraelsmenn mæltu: «Sigið, hvussu henda illgerð hevur borist á!» Tá mælti Levitin, maðurin hjá hini myrdu konuni, og segði: «Eg og hjákona mín komu til Gibeu í Benjamin til tess at gista har. Men menninir í Gibeu risu upp ímóti mær og kringsettu um náttina húsið, sum eg var í. Meg ætlaðu teir at drepa; og hjákonu mína neyðtóku teir soleiðis, at hon doyði. Tá tók eg hjákonu mína, skar hana sundur í lutir og sendi teir um alt ognarland Ísraels, av tí at teir høvdu framt ósømdir og skemdarverk í Ísrael. Tit Ísraelsmenn eru nú allir her. Komið nú fram við hugsanum og ráðum tykkara!» Tá fór alt fólkið sum ein maður á føtur og segði: «Eingin okkara vil fara heim aftur og eingin fara inn aftur í hús sítt. Men soleiðis vilja vit nú gera við Gibeu: Vit vilja fara ímóti henni eftir lutakasti; og vit skulu taka tíggju mans av hundrað av øllum ættum Ísraels og hundrað av túsund og túsund av tíggju túsund til tess at fáa vistir til vega til teirra, ið komnir eru at endurgjalda Gibeu til fulnaðar ta skemdargerð, sum teir hava gjørt í Ísrael!» Tá savnaðust allir Ísraelsmenn ímóti borgini, allir samhugaðir sum ein. Og menn úr ættum Ísraels vórðu sendir um alla ætt Benjamins og søgdu: «Hvat er hetta fyri illgerð, ið tit hava gjørt? Flýggið nú út menninar, hasi vittuggini í Gibeu, so at vit fáa tikið teir av lívi og oytt hitt illa úr Ísrael.» Men Benjaminitar vildu ikki lurta eftir orðum brøðra sína, Ísraelsmanna. Benjaminitar savnaðust tá úr borgunum til Gibeu til tess at fara í hernað móti Ísraelsmonnum. Tjúgu og fimm túsund herbúnir Benjaminitar úr borgunum vórðu kannaðir tann dagin umframt menninar úr Gibeu, sum kannaðir vórðu, sjey hundrað vígførir menn. Av øllum hesum herfólki vóru sjey hundrað úrvalsmenn, ið vóru lámir; allir hesir kundu sleingja steinar og einki kastið missa. Tá ið Ísraelsmenn vórðu kannaðir, vóru teir umframt Benjamin fýra hundrað túsund herbúnir menn; allir hesir vóru hermenn. Síðan hildu teir niðan til Betel og leitaðu ráð við Guð, og Ísraelsmenn spurdu: «Hvør okkara skal fyrstur fara í hernaðin móti Benjaminitum?» Harrin svaraði: «Júda skal fara fyrstur!» Um morgunin hildu tá Ísraelsmenn avstað og settu upp herbúðir sínar við Gibeu. Ísraelsmenn fóru í bardaga móti Benjaminitum; og Ísraelsmenn búðust til at herja á Gibeu. Men Benjaminitar gjørdu álop út úr Gibeu og vógu av Ísrael tann dagin tjúgu og tvey túsund mans. Tá fóru Ísraelsmenn niðan til Betel og grótu fyri ásjón Harrans alt til kvølds; og teir leitaðu ráð við Harran og spurdu: «Skal eg aftur hevja orrustu móti sonum Benjamins, bróður míns?» Og Harrin svaraði: «Herja á hann!» Tá herdu Ísraelsmenn hugin og búðust til bardaga á sama staði, sum teir dagin frammanundan høvdu sett upp fylking. Og annan dagin ráddust Ísraelsmenn á Benjaminitar. Men Benjaminitar løgdu annan dagin út av Gibeu ímóti teimum og jarðløgdu átjan túsund mans afturat, sum allir vóru førir til víggja. Tá fóru allir Ísraelsmenn og alt fólkið niðan til Betel; og teir grótu og sótu har fyri ásjón Harrans; teir fastaðu tann dagin til kvølds og ofraðu brennioffur og takkaroffur frammi fyri Harranum. Síðan leitaðu Ísraelsmenn ráð við Harran – tí at har var sáttmálaørk Guðs á teimum døgum, og Pinehas, sonur Eleazars Áronssonar, gjørdi tænastu fyri ásjón hans á teimum døgum – og spurdi: «Skal eg aftur leggja til bardaga móti sonum Benjamins, bróður míns, ella skal eg lætta av?» Og Harrin svaraði: «Far, tí at í morgin skal eg geva teir upp í hendur tínar!» Ísraelsmenn lótu tá menn leggja seg á loynum kring um Gibeu. Síðan hildu Ísraelsmenn ímóti Benjaminitum triðja dagin og fylktu seg ímóti Gibeu eins og hinar fyrru ferðirnar. Tá løgdu Benjaminitar út ímóti herinum og lótu seg lokka burtur frá borgini út á vegirnar móti Betel og móti Gibeon og tóku at ráðast á herin eins og hinar fyrru ferðirnar og vógu úti á víðavangi okkurt um tríati av Ísraelsmonnum. Tá hugsaðu Benjaminitar: «Nú dvína teir fyri okkum eins og áður.» Men Ísraelsmenn høvdu sagt: «Vær skulum flýggja til tess at lokka teir burtur frá borgini út á vegirnar.» Síðan hildu allir Ísraelsmenn avstað og fylktu seg í Báal-Támar, og teir Ísraelsmenn, sum høvdu ligið á loynum, tustu fram fyri vestan Geba. Nú løgdu fram at Gibeu tíggju túsund mans, úrvalslið úr øllum Ísrael, og elvdist har hørð orrusta; men hinir vistu ikki, at ógævan nú fór at ráma teir. Tá læt Harrin Benjaminitar fáa ósigur av Ísrael; og Ísraelsmenn feldu tann dagin av Benjaminitum tjúgu og fimm túsund og eitt hundrað mans, ið allir vóru førir til víggja. Tá sóu Benjaminitar, at teir vóru við undirlutan. Ísraelsmenn høvdu givið Benjaminitum opnar ræsur, tí at teir litu á tað herliðið, sum teir høvdu sett til at sæta Gibeu. Og teir, sum høvdu ligið á loynum, tustu fram og herjaðu á Gibeu, og teir oyddu alla borgina við svørði. Men Ísraelsmenn høvdu avrátt við teir, ið lógu á loynum, at lata royk fara upp úr borgini. Ísraelsmenn høvdu seg tá burtur úr orrustuni; men Benjaminitar hildu aftan á teir, og tá ið teir høvdu felt einar tríati av Ísraelsmonnum, hildu teir seg fyri vist at hava vunnið sigur av teimum eins og í fyrru orrustuni. Men tá tók royksúlan at stíga upp úr borgini; og tá ið Benjaminitar hugdu aftur um seg, sí, tá stóð roykur úr allari borgini upp til himins. Og tá ið Ísraelsmenn samstundis vendu við aftur, kom ræðsla á Benjaminitar, tí at teir sóu, at ógævan nú var komin yvir teir. Teir hildu tá undan Ísraelsmonnum út í oyðimørkina; men ófriður gekk á teir allan vegin; og teir, ið komu út úr borgunum, drópu teir. Teir settu manngarð um Benjaminitarnar og eltu teir og tróðu teir undir fótum, hvørja ferð teir vildu hvíla, alla leið alt eystur móti Geba. Av Benjamin fullu átjan túsund mans, ið allir vóru reystir kappar. Teir hildu tá undan og flýddu út í oyðimørkina at Rimmon kletti; men hinir feldu eftir vegnum fimm túsund mans av teimum afturat; síðan eltu teir teir alt til Gideom og feldu aftur tvey túsund mans av teimum. Soleiðis fullu tann dagin tjúgu og fimm túsund herbúnir Benjaminitar, allir reystir kappar. Tá hildu teir undan og flýddu út í oyðimørkina at Rimmon kletti, seks hundrað mans, og hølaðust har í fýra mánaðir. Men Ísraelsmenn snúðust aftur til Benjaminitarnar og feldu teir við svørði, bæði menn og fenað og alt, sum har fanst; og allar borgir har um leið settu teir eld á.
Ísraelsmenn høvdu svorið tann eið í Mizpa: «Eingin okkara má gifta nøkrum Benjaminita dóttur sína!» Tá ið nú fólkið var komið aftur til Betel, dvaldust teir har stórgrátandi fyri ásjón Harrans alt til kvølds og søgdu: «Harri, Guð Ísraels! Hví hevur hetta hent í Ísrael, at ein av Ísraels ættum í dag skal vanta í?» Snimma morgunin eftir reisti fólkið altar har og ofraði brennioffur og takkaroffur. Síðan søgdu teir: «Hvør av øllum ættum í savnaði Ísraels man ikki vera komin við niðan til Harrans?» Tí at tað hevði verið lagt dýran við, at hvør tann, ið ikki kom við niðan til Harrans í Mizpa, skuldi týna lívið. Og Ísraelsmenn harmaðu Benjamin, bróður sín, og søgdu: «Í dag er ein ættin høgd burtur av Ísrael! Hvat kunnu vit nú gera fyri teir, ið eftir eru, til tess at útvega teimum konur, tá ið vit hava svorið við Harran ikki at gifta teimum nakra av døtrum okkara?» Tá spurdu teir: «Hvør av ættum Ísraels man tað vera, ið ikki vildi fara niðan til Harrans í Mizpa?» Og sí, frá Jábesj í Gilead var eingin komin í herbúðirnar til savnaðin. Og teir kannaðu liðið; og sí, eingin var við av teimum, sum búðu í Jábesj í Gilead. Tá sendi fólkið hagar tólv túsund mans av teimum, ið reystastir vóru, og legði soleiðis fyri teir: «Farið og jarðleggið øll, sum búgva í Jábesj í Gilead, bæði konur og børn! Og tit skulu fara at á henda hátt: Allar kallmenn og allar konur, sum kent hava mann, skulu tit avoyða við bannføring.» Teir funnu tá millum teirra, sum búðu í Jábesj í Gilead, fýra hundrað gentur, moyggjar, sum ikki høvdu kent mann. Og teir leiddu tær í herbúðirnar í Silo í Kánáanlandi. Síðan læt allur savnaðurin sendimenn fara at tala við Benjaminitar, sum hølaðust við Rimmon klett, og bjóða teimum frið. Tá komu Benjaminitar aftur; og teir giftu teimum tær konur úr Gilead, sum teir høvdu givið grið. Men tær vóru ikki nóg nógvar til teirra. Og fólkið harmaði Benjamin, tí at Harrin hevði brotið skarð í ættir Ísraels. Tá mæltu hinir elstu í savnaðinum: «Hvat skulu vit gera fyri at útvega konur til teirra, ið eftir eru? Tí at beint er fyri øllum konufólkum í Benjamin!» Og teir søgdu: «Hvussu kunnu teir, ið eftir eru av Benjamini, varðveitast, so at ikki ein ættin verður oydd úr Ísrael? Vit mega jú ikki gifta teimum nakra av døtrum okkara.» Tí at Ísraelsmenn høvdu svorið og sagt: «Bølbiðin verði hvør tann, ið gevur Benjaminita konu!» Tá søgdu teir: «Sí, hátíð Harrans verður hildin hvørt ár í Silo, sum liggur fyri norðan Betel, fyri eystan vegin, ið gongur frá Betel niðan til Sikem og fyri sunnan Lebona.» Og teir buðu Benjaminitum og søgdu: «Farið og liggið á loynum í víngørðunum. Og tá ið tit síggja genturnar úr Silo koma út at troða dansin, tá skulu tit halda út úr víngørðunum og ræna tykkum hvør sína konu av gentunum úr Silo og síðan fara heim í Benjamins land. Og um fedrar teirra ella brøður teirra koma við kærumáli ímóti tykkum, tá skulu tit siga við teir: «Latið okkum hava tær í náðum; tí at eingin av okkum hevur tikið sær konu í bardaga. Tit hava heldur ikki givið okkum tær; um so var, høvdu tit verið sekir.» » Benjaminitarnir gjørdu nú soleiðis; hvør teirra tók sær sína konu av dansigentunum, sum teir høvdu rænt. Síðan fóru teir heim aftur á arvalut sín, endurreistu borgirnar og vórðu búgvandi í teimum. Tá fóru eisini Ísraelsmenn haðan hvør til sínar ættir og sítt ættarkyn; og teir hildu haðan hvør heim aftur á óðal sítt. Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best.
Einaferð á døgum dómaranna – tá ið hungur og hall var í landinum – rýmdi maður úr Betlehem í Júda til tess at búgva í útisetri í Móab landi; við honum var kona hans og tveir synir. Maðurin æt Elimelek, kona hansara Nóomi og synirnir Maklon og Kiljon – Efraititar úr Betlehem í Júda. Tey komu nú til Móab lands og dvaldu har. Tá doyði Elimelek, maður Nóomi, og hon sat eftir við báðum sonum sínum. Teir tóku sær móabitiskar konur, onnur æt Orpa og hin Rut, men tá ið tey høvdu búð har eini tíggju ár, doyðu eisini teir báðir, Maklon og Kiljon, so at konan sat eina eftir báðar synir sínar og mann sín. Tá bjóst hon til ferðar saman við sonarkonunum heim aftur úr Móab landi; tí at hon hevði hoyrt í Móab landi, at Harrin hevði vitjað fólk sítt og givið teimum breyð. Og hon fór avstað saman við sonarkonum sínum haðan, sum hon hevði búð; men á ferðini heim aftur til Júdalands segði Nóomi við báðar sonarkonur sínar: «Farið tit báðar heim hvør til móður sína! Harrin fylgi tykkum við øllum góðum, eins og tit hava verið góðar ímóti teimum, ið deyðir eru, og ímóti mær; Harrin gevi tykkum, at tit mega finna heimstað hvør í húsi mans síns!» Síðan kysti hon tær; men tær skóru í grát og søgdu við hana: «Nei, vit koma við tær til fólk títt!» Men Nóomi svaraði: «Snúgvið heim aftur, døtur mínar! Hví vilja tit koma við mær? Man eg enn bera synir undir belti, ið mega verða menn tykkara? Vendið aftur, døtur mínar, og farið heim, tí at eg eri ov gomul at verða gift aftur; men um so var, at eg hevði vón um aftur at fingið mann – ja, á hesi nátt – og eg føddi honum synir, áttu tit tá at bíða, til tess at teir vóru tilkomnir? Skuldu tit sitið innistongdar við ongum manni? Nei, døtur mínar, tykkara vegna er mær hugur tungur; tí at tung liggur hond Harrans á mær!» Aftur tóku tær sáran at gráta; og Orpa kysti vermóður sína; men Rut kundi ikki slíta seg leysa. Tá mælti hon: «Sí, mágkona tín er á ferð heim til fólks síns og Guðs síns; far nú heim aftan á mágkonu tína!» Men Rut svaraði: «Strong ikki á meg, at eg skal fara frá tær og venda heim aftur; tí at hagar, sum tú fert, vil eg fara; og har sum tú liggur nátt, vil eg liggja nátt; títt fólk skal vera mítt fólk, og tín Guð skal vera mín Guð; á tí staði, har tú doyrt, vil eg doyggja og vera jarðað har; Harrin revsi meg bæði nú og framvegis, um ikki deyðin eina skal skilja meg við teg!» Tá ið hon nú sá, at Rut var við sítt og vildi koma við henni, gavst hon at tala til hennara. Síðan hildu tær báðar áfram, til tær komu til Betlehem; men tá ið tær komu inn í Betlehem, kom øll bygdin í røring, og konur spurdu: «Er hetta Nóomi?» Men hon segði við tær: «Kallið meg ikki Nóomi; kallið meg Mára, tí at hin alvaldi hevur boðið mær beiskan lutin! Rík fór eg hiðan, men tómhenta hevur Harrin latið meg koma aftur. Hví kalla tit meg Nóomi, tá ið Harrin hevur vitnað ímóti mær og hin alvaldi volt mær trega?» Soleiðis kom nú Nóomi heim aftur úr Móablandi og við henni Rut, hin móabitiska sonarkona hennara; og tær komu til Betlehem, tá ið byggskurðurin byrjaði.
Maður Nóomi átti har frænda, ríkan mann av ætt Elimeleks, Bóaz nevndur at navni. Rut, hin móabitiska, segði nú við Nóomi: «Eg fari út á elmuna at henta øks aftan á einhvønn, ið mær unnast.» Og hon svaraði henni: «Far tú, dóttir mín!» Hon fór tá út á elmuna at henta øks aftan á akurskurðarmenninar; men tað vildi so til, at Bóaz, skyldmaður Elimeleks, átti tann akurin. Og sí, Bóaz kom úr Betlehem, og hann sigur við akurskurðarmenninar: «Harrin veri við tykkum!» Og teir svaraðu: «Harrin signi teg!» Tá segði Bóaz við tann húskallin, ið settur var yvir bønarfólkinum: «Hvørjum hoyrir handa gentan til?» Húskallurin, ið settur var yvir bønarfólkinum, svaraði og segði: «Hatta er móabitisk genta, ið komin er úr Móablandi við Nóomi; og hon bað um loyvi til at henta og savna øks bundanna millum aftan á akurskurðarmenninar; og uttan steðg og uttan hvíld hevur hon nú hildið á frá snimma í morgun, og alt til nú.» Tá segði Bóaz við Rut: «Hoyr, tú dóttir mín! Far ikki á annan akur at henta øks; nei, far ikki hiðan, men halt teg aftur at gentum mínum. Hygg eftir tí akri, har sum tær skera, og gakk aftan á tær. Eg havi boðið húskøllunum ikki at meina teg; og verður tú tyst, tá far yvir at ílátunum og drekk av tí, sum húskallarnir oysa upp!» Tá lútaði hon til jarðar fram á ásjón sína og segði við hann: «Hví sýnir tú mær vælvild og hevur tokka í mær, eg, sum eri fremmand?» Bóaz svaraði henni: «Mær hevur verið sagt frá øllum, ið tú hevur gjørt ímóti vermóður tíni, eftir at maður tín er deyður; hvussu tú fórt frá faðir og móður og føðilandi tínum til fólk, ið tú áður ikki kendi. Harrin løni tær verk títt, og endurgjald títt verði fullkomið frá Harranum, Ísraels Guði, undir hvørs veingjum tú ert komin at leita tær skjól!» Og hon segði: «Á, hevði eg funnið náði í tínum eygum! Tí at tú hevur uggað meg og talað blídliga við tænastukonu tína, tó at eg ikki má javnmetast við nakra av tænastukonum tínum!» Tá ið etingartíðin var komin, segði Bóaz við hana: «Kom tú higar og et av breyðinum og drep bita tín niður í ediksblandið!» Tá settist hon niður hjá akurskurðarmonnunum, og hann rætti henni bakað korn, og hon át seg metta og leivdi. Síðan fór hon aftur at henta upp øks; og Bóaz beyð húskøllum sínum og segði: «Eisini bundanna millum má hon henta upp øks, ikki mega tit gera henni ónáðir; dragið henni eisini øks út úr bundunum og latið tey liggja soleiðis, at hon má sanka tey; ikki mega tit deila hana!» Hon hentaði nú øks á elmuni alt til kvølds, og tá ið hon hevði treskt tað, sum hon hevði hentað, var tað út ímóti eini efu av byggi. Og hon tók tað og fór inn í bygdina, og vermóðir hennara sá, hvat ið hon hevði hentað; síðan tók Rut fram og flýddi henni tað, sum hon hevði leivt, tá hon hevði etið seg metta. Tá segði vermóðirin við hana: «Hvar hevur tú hentað øks í dag, og hvar hevur tú verið? Signaður veri hann, ið tær hevur sýnt vælvild!» Hon segði nú vermóður síni frá, hjá hvørjum hon hevði verið, og mælti: «Maðurin, sum eg havi verið hjá í dag, eitur Bóaz.» Tá segði Nóomi við sonarkonu sína: «Signaður veri hann av Harranum, ið várkunnar bæði teimum, ið liva, og teimum, ið farnir eru!» Og Nóomi segði framvegis við hana: «Hasin maðurin er nær skyldur við okkum; hann er ein av loysnarmonnum okkara.» Tá segði Rut, hin móabitiska: «Hann segði eisini við meg: Halt teg aftur at húskøllum mínum, til teir hava lokið øllum akurskurði mínum!» Og Nóomi segði við Rut, sonarkonu sína: «Tað er gott, at tú fylgist við tænastugentum hansara, so at tú ikki verður illa viðfarin á øðrum økrum!» Hon helt seg tá aftur at tænastugentum Bóazar og hentaði øks, til bæði byggskurður og hveitiskurður vóru at enda; men hon búði heima hjá vermóður síni.
Nóomi, vermóðir hennara, segði nú við hana: «Dóttir mín, skal eg ikki royna at fáa tær heim, so at tær fer at vignast væl? Sí, Bóaz, skyldmaður okkara, hvørs tænastugentum tú hevur verið saman við, fæst í nátt við at bera korn inn á treskivøllin. Tváa tær nú og salva teg, lat teg í og far oman at treskivøllinum; men lat ikki mannin verða varan við teg, fyrr enn hann hevur etið og drukkið. Men tá ið hann fer niður, hygg tá eftir, hvar hann leggur seg, og far og lyft upp áklæðið við føtur hans og legg teg har; tá man hann siga tær, hvat tú skalt gera!» Hon svaraði henni: «Eg vil gera alt, sum tú sigur!» Síðan fór hon oman at treskivøllinum og gjørdi, so sum vermóðirin hevði boðið henni. Men tá ið Bóaz hevði etið og drukkið og var væl hýrdur, fór hann og legði seg at sova við endan á kornbinginum; tá kom hon ljódliga, hevði upp áklæðið við føtur hans og legði seg. Men um miðjunátt varð manninum dátt við; tí at tá ið hann settist upp undir seg, sá hann kvinnuna liggja á fótalagnum. Tá mælti hann: «Hvør ert tú?» Hon svaraði: «Eg eri Rut, tænastukona tín; breið nú skeytið av skikkju tíni yvir tænastukonu tína; tí at tú ert loysnarmaðurin!» Tá segði hann: «Signað veri tú av Harranum, dóttir mín! Góða hjartalag títt hevur tú nú sýnt enn betur enn áður, við tað at tú ikki nálgaðist uppi í unglingunum, hvørki fátækum ella ríkum! Óttast nú ikki, dóttir mín! Alt, sum tú sigur, vil eg gera; tí at allir bygdarmenn mínir vita, at tú ert dugnakona. Satt er, at eg eri loysnarmaður tín; men til er annar maður, ið er nærri enn eg. Ver tú nú her í nátt; um hann í morgin vil loysa teg, íðan, so loysi hann teg; men um tað ikki hugar honum at loysa teg, so vil eg, so satt sum Harrin livir, loysa teg. Ligg tú kvirr til í morgin!» Síðan lá hon við fótalag hansara til morguns og fór upp, áður enn menn tektu hvør annan; tí at hann hugsaði: «Ikki má tað spyrjast, at kona hevur verið við treskivøllin!» Síðan segði hann: «Tak møttulin, sum tú ert í, og breið hann út!» Og hon tók og breiddi hann út; og hann máldi upp í hann seks mát av byggi, lyfti upp á hana og læt hana fara heim til bíggjar. Tá ið hon kom til vermóður sína, segði hon: «Hvussu vignaðist tær, dóttir mín?» Hon taldi henni nú frá øllum, ið maðurin hevði gjørt ímóti henni, og segði: «Hesi seks mátini av byggi gav hann mær og segði: Ikki skalt tú við tómum hondum fara heim til vermóður tína!» Tá segði hon: «Halt teg nú kvirra, dóttir mín, til tú frættir úrslitið; tí at hasin maðurin unnar sær ikki náðir, fyrr enn hann hevur útint sítt og tað í dag!»
Bóaz fór nú niðan í borgarliðið og settist har. Tá bar so á, at loysnarmaðurin kom framvið, sum Bóaz hevði talað um; og hann kallaði á hann: «Kom tú og set teg her!» Hann fór tá og setti seg har. Tá tók hann tíggju av teimum elstu í bygdini og segði: «Setið tykkum her!» Og teir settust niður. Síðan segði hann við loysnarmannin: «Nóomi, sum er afturkomin úr Móablandi, hevur selt ta jørðina, sum skyldmaður okkara Elimelek átti. Og eg hugsaði, eg skuldi lata teg vita tað og siga: Keyp hana nú, meðan teir, ið her sita, og hinir elstu í fólki mínum eru hjástaddir! Um tú vilt loysa, so loys nú; men um tú ikki vilt loysa, tá sig mær frá, so at eg veit tað; tí at eingin er at loysa uttan tú og eftir teg eg sjálvur!» Hann svaraði: «Eg ætli at loysa!» Men Bóaz segði: «Í somu løtu, tú keypir jørðina frá Nóomi, keypir tú eisini konu hins deyða, Rut, hina móabitisku, til tess at uppreisa honum navn á arvaluti hans!» Men tá svaraði loysnarmaðurin: «Tá kann eg ikki loysa, tí at tá verði eg at spilla mín egna arvalut; loys tú tað, sum eg átti at loyst, tí at eg kann ikki loysa!» Men tað var áður siður í Ísrael viðvíkjandi loysing og skifti, tá ið nakað skuldi staðfestast, at annar tók skógvin av sær og flýddi hann hinum; við hesum varð vitnisburður staðfestur í Ísrael. Tá ið nú loysnarmaðurin segði við Bóaz: «Keyp tú hana!» fór hann tí alt í einum úr skónum. Tá segði Bóaz við hinar elstu og alt fólkið: «Tit kunnu í dag vátta, at eg havi keypt frá Nóomi alt tað, sum Elimelek átti, og alt tað, ið Maklon og Kiljon áttu. Eisini Rut, hina móabitisku, konu Maklons, havi eg keypt mær til konu til tess at uppreisa navn hins deyða á arvaluti hans, til tess at navn hins deyða ikki skal doyggja út millum brøðra hans, ikki heldur úr borgarliðinum. Tit eru vitni í dag!» Tá segði alt fólkið, sum var í borgarliðinum, og hinir elstu: «Ja, um tað eru vit vitni! Gævi Guð, at hetta fljóð, ið kemur í hús títt, má verða eins og Rakul og Lea, ið báðar bygdu Ísraels hús. Verð frægur í Efrata, og verði navn títt dýrmett í Betlehem! Og verði hús títt sum húsið hjá Perezi, ið Támar føddi Júda, fyri tað avkom, ið Harrin vil veita tær við hesum unga fljóði!» Síðan tók Bóaz Rut til sín, og hon varð kona hans; og Harrin gav henni gitnað, og hon føddi son. Tá søgdu konurnar við Nóomi: «Signaður veri Harrin, ið ikki hevur latið svitast tær loysnarmann í dag; dýrmett veri navn hans í Ísrael. Hann veri tær uggari og ellistuðul; tí sonarkona, sum elskar teg, hevur alt hann – hon, ið er tær betri enn sjey synir!» Og Nóomi tók barnið á fang sítt og gjørdist fostra tess. Og grannkonurnar góvu honum navn og søgdu: «Sonur er føddur Nóomi!» Og tær nevndu hann Óbed; hann varð faðir at Ísai, sum varð faðir at Dávidi. Hetta er ættartalið hjá Perezi: Perez gat Hezron; Hezron gat Rám, Rám gat Amminadab; Amminadab gat Náhsjon, Náhsjon gat Salmon; Salmon gat Bóaz, Bóaz gat Óbed; Óbed gat Ísai, og Ísai gat Dávid.
Maður er nevndur Elkana, ættaður úr Rámatáim, ein Zufiti frá Efraims fjøllum; hann var sonur Jeróhams Elihusonar, Tóhusonar, Zufssonar Efraimita. Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna og hin Peninna. Peninna átti børn, men Hanna var barnleys. Hesin maður fór á hvørjum ári úr bygd síni til Silo at halda bøn og ofra til Harra herliðanna. Men har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri Harranum. Hvørja ferð Elkana fór at ofra, gav hann Peninnu, konu síni, og øllum sonum og døtrum hennara nakrar lutir; men tó at hann elskaði Honnu, gav hann henni bert ein lut, av tí at Harrin hevði lokað móðurlív hennara. Og elja hennara háðaði hana fyri ta skomm, at Harrin hevði lokað móðurlív hennara. Soleiðis gjørdi hann ár undan ári, hvørja ferð tey fóru niðan í Harrans hús, og soleiðis háðaði hon hana. Tá fór hon at gráta og vildi ikki eta. Men Elkana, maður hennara, segði við hana: «Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú einki, og hví ert tú sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?» Og einaferð, tá tey høvdu etið og drukkið í Silo, fór Hanna á føtur, meðan Eli prestur sat á stóli við durastavin í templi Harrans, og hon var ógvuliga tung í huga og tók at biðja til Harrans og sáran at gráta. Og hon strongdi heiti og segði: «Harri herliðanna! um tú lítur at eymd trælkonu tínar og minnist mín og gloymir ikki trælkonu tína, men gevur trælkonu tíni son, so skal eg geva Harranum hann allar ævidagar hansara, og ikki skal rakiknívur koma á høvur hansara.» Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón Harrans; og Eli gav gætur eftir munni hennara. Men av tí at Hanna talaði innantanna, so einans varrar hennara rørdust, meðan røddin hoyrdist ikki, hugsaði Eli, at hon var drukkin. Og hann segði við hana: «Hvussu leingi ætlar tú tær at ganga drukkin? Lat vínið renna av tær!» Tá mælti Hanna og svaraði: «Nei, harri mín, eg eri kona við sorg í barmi, vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg havi bert úthelt sál mína fyri ásjón Harrans. Halt ikki tænastukonu tína vera eitt vittuggi; tí at av miklum trega og harmi havi eg talað alla tíðina.» Og Eli svaraði og segði: «Far tú í friði; Ísraels Guð man veita tær tað, sum tú hevur biðið hann um.» Og hon mælti: «Gævi tænastukona tín hevði funnið náði í eygum tínum!» Síðan fór hon leið sína, og hon át og var ikki longur døpur í ásjón. Morgunin eftir fóru tey snimma upp og nigu fyri Harranum og fóru síðan heim aftur til Ráma. Og Elkana kendi Honnu, konu sína, og Harrin mintist hennara; og hon varð við barn og átti son árið eftir og nevndi hann Sámuel at navni; «tí,» segði hon, «eg havi biðið Harran um hann.» Tá ið nú Elkana fór við øllum húski sínum niðan at bera Harranum ársofrið og heitoffur sítt, fór Hanna ikki við, tí at hon segði við mann sín: «Eg bíði, til drongurin er vandur av brósti; tá flyti eg hann hagar, til tess at hann má koma fram fyri ásjón Harrans og vera har alla ævi sína.» Og Elkana, maður hennara, segði við hana: «Ger, sum tær líkar; dvølst heima, til tú hevur vant hann av brósti. Hevði Harrin bert latið orð títt gingið út!» Og konan sat heima og aldi son sín, til hon hevði vant hann av brósti. Men tá hon hevði vant hann av brósti, fór hon niðan við honum og hevði við sær træveturtarv, eina efu av mjøli og vínkagga; hon fór við honum inn í hús Harrans í Silo; men hann var enn smádrongur. Og tá tey høvdu dripið tarvin, kom móðir drongsins til Eli og segði: «Hoyr meg, harri mín, so satt sum tú livir, harri mín, eri eg hin konan, ið stóð her við lið tína og bað til Harrans. Um henda drong bað eg, og Harrin veitti mær tað, sum eg bað hann um. Tí vil eg eisini geva Harranum hann; alla ævi sína skal hann vera Harranum givin.» Síðan nigu tey har fyri ásjón Harrans.
Og Hanna helt bøn og mælti: «Hjarta mítt fegnast í Harranum. Hátt er horn mítt hevjað av Guði mínum. Opin er muður mín móti fíggindum mínum, tí at eg gleðist um frelsu tína. Eingin er heilagur sum Harrin; tí at eingin er til uttan hann; og eingin klettur sum Guð okkara. Verið ikki hástór í talu tykkara, dramblæti komi ikki av munni tykkara; tí at Harrin er Guð alvitur, og hann vigar allar gerðir. Sorlaður er hetjanna bogi, men teir lúgvaðu gyrða seg við megi. Mettir verða bønarmenn fyri breyð, men svangir sleppa frá at træla. Hon, ið ikki barnaðist, føðir sjey, men móðir margra barna følnar burtur. Harrin týnir lív og gevur lív, rindar til heljar oman og leiðir upp haðan. Harrin ger ein fátækan og annan ríkan, hann boyggir henda, men hevjar handa. Hann reisir hin máttleysa úr dustinum, hevjar hin fátæka upp úr díkinum til tess at geva teimum sæti hjá høvdingum og seta teir á tignarstól. Tí at súlur jarðarinnar eru Harrans; á tær grundaði hann jarðarríkið. Føtur teirra gudrøknu varðveitir hann, men gudleysir farast í myrkri; tí at eingin sigrar við egnari megi. Ræðsla kemur á teir, ið stríðast móti Harranum, Harrin letur toruna ganga uppi yvir teimum. Harrin dømir allan jarðarkringin, veitir kongi sínum megi og hevjar horn hins salvaða síns.» Síðan fór Elkana heim aftur til sín sjálvs í Ráma; men sveinurin gjørdi tænastu fyri Harranum hjá Eli presti. Men synir Eli vóru bølmenni; teir hirdu hvørki um Harran ella um tey rættindi, prestarnir høvdu hjá fólkinum: Hvørja ferð einhvør bar fram sláturoffur, kom sveinur prestsins, meðan kjøtið kókaði, við trítindaðum gafli í hendi og rendi hann niður í ketilin, kókikerið, krukkuna ella pottin; alt tað, ið gaffilin kom upp við, tók presturin til sín. Soleiðis gjørdu teir við allar Ísraelsmenn, ið komu niðan til Silo at ofra. Eisini var sveinur prestsins vanur at koma, áðrenn tað feita var brent sum roykoffur, og siga við mannin, ið ofraði: «Gev prestinum kjøt at steikja; hann skoytir ikki um soðið kjøt frá tær, men rátt.» Segði maðurin tá við hann: «Fyrst má tað feita verða brent sum roykoffur; síðan mást tú taka so nógv, sum hugur tín stendur til.» Tá svaraði hann: «Nei, kom nú við tí beinanvegin, ella taki eg tað við makt.» Og synd sveinanna var mikil fyri Harranum; tí at menninir vanvirdu offurgávu Harrans. Og Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón Harrans, og sveinurin var ílatin línakul. Og móðir hansara var von at geva honum lítlan møttul, sum hon hevði við til hansara á hvørjum ári, tá ið hon fór niðan við manni sínum til tess at bera fram hitt árliga ofrið. Og Eli vælsignaði Elkana og konu hansara og segði: «Harrin gevi tær avkom við hesi konu aftur fyri hann, ið givin varð Harranum.» Síðan fóru tey heim aftur til sín sjálvs. Og Harrin vitjaði Honnu; hon varð við barn og føddi tríggjar synir og tvær døtur. Men sveinurin Sámuel vaks upp hjá Harranum. Og Eli var ógvuliga gamal; og tá ið hann hoyrdi, hvussu synir hansara fóru við øllum Ísrael, hvussu teir løgdu seg við teimum konum, ið gjørdu tænastu við dyr samfundartjaldsins, segði hann við teir: «Hví gera tit allar hesar vándu gerðir, sum eg hoyri fólk leggja tykkum undir? Ikki má vera svá, synir mínir! Ikki er tað gott ummæli, eg hoyri fólk Harrans hava um tykkum. Um maður syndar móti manni, dømir Guð teirra millum; men um maður syndar móti Harranum, hvør skal tá koma upp í millum at biðja honum grið?» Men teir lýddu ikki orðum Harrans, av tí at Harrin hevði tokka í deyða teirra. Og sveinurin Sámuel vaks og mentist og vann yndi bæði hjá Guði og monnum. Tá kom Guðsmaður ein til Eli og segði við hann: «So sigur Harrin: Eg havi opinberað meg fyri húsi faðirs tíns, tá ið teir vóru trælir hjá Fárao í Egyptalandi. Og av øllum ættum Ísraels valdi eg teir til at vera prestar til at ganga upp á altar mítt at bera fram roykilsisoffur og til at bera akul fyri ásjón míni. Og húsi faðirs tíns havi eg givið øll eldoffur Ísraelsmanna. Hví øvundar tú sláturoffur og grónoffur míni, ið eg havi fyriskipað, og metir synir tínar meira enn meg, við tað at tit gøða tykkum sjálvar við tí besta av øllum offurgávum Ísraels, fólks míns? Tí sigur Harrin, Ísraels Guð: «Fullvæl havi eg sagt: Hús títt og hús faðirs tíns skulu um ævir ganga fyri ásjón míni.» Men nú sigur Harrin: «Nei, tað veri mær fjart! Tí at tann, ið meg heiðrar, vil eg heiðra, og teir, ið meg vanvirða, skulu fáa skemd. Sí, dagar munnu koma, tá ið eg slíti arm tín og arm ættar tínar, so at eingin verður gamal í ætt tíni. Og tú manst fáa neyð at sjá í húsi tínum, tó at Ísrael fer væl í øllum førum; og ongantíð skal nakar verða gamal í ætt tíni; Og einans ein av tínum vil eg ikki týna burtur frá altari mínum – so eygu tíni daprast, og sál tín ørmaktast; men allir hinir av ætt tíni skulu lúta fyri svørði manna. Og hetta skal verða tekinið, ið verða skal báðum sonum tínum fyri, Hofni og Pinehas: Á sama degi munnu teir báðir doyggja. Men eg vil kjósa mær trúgvan prest, ið gera skal eftir hjarta mínum; honum man eg reisa hús, ið verður standandi, og hann skal ganga fyri ásjón hins salvaða míns allar dagar. Tá man fara at vera so, at hvør tann, ið eftir er av ætt tíni, kemur at lúta honum til tess at biðja um smápening ella breyðbita og siga: «Gev mær okkurt prestastarv, so at eg kann fáa ein bita at leggja í munnin.»»
Og hin ungi Sámuel hevði nú tænastu fyri Harranum undir umsjón Eli. Men orð Harrans var forkunnugt á teimum døgum og sjónir ikki tíðar. Tá bar so á ein dagin, meðan Eli lá á sínum vanliga staði – men eygu hansara vóru farin at daprast, so at hann sá ikki. Og tað var enn ikki sloknað á Guðs lampu; og Sámuel lá í templi Harrans, har sum Guðs ørk var, – at Harrin kallaði: «Sámuel, Sámuel!» Og hann svaraði: «Ja, her eri eg.» Og hann rann til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men hann svaraði: «Eg havi ikki kallað á teg; far aftur og legg teg.» Og hann fór og legði seg. Og Harrin kallaði uppaftur: «Sámuel, Sámuel!» Og hann fór upp og gekk til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men hann svaraði honum: «Eg havi ikki kallað á teg, sonur mín, far aftur og legg teg.» Men enn kendi Sámuel ikki Harran, og honum var ikki enn orð Harrans birt. Tá kallaði Harrin uppaftur á Sámuel á triðja sinni. Og hann fór upp og gekk til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men tá skilti Eli, at tað var Harrin, ið hevði kallað á sveinin. Tí segði Eli við Sámuel: «Far og legg teg aftur, og verður aftur kallað á teg, tá svara: Tala Harri, tí at tænari tín hoyrir.» Og Sámuel fór aftur á stað sín at leggja seg. Tá kom Harrin og steig fram og kallaði eins og tær fyrru ferðirnar: «Sámuel, Sámuel!» Og Sámuel svaraði: «Tala, tí at tænari tín hoyrir.» Tá mælti Harrin við Sámuel: «Tílíkt verk man eg gera í Ísrael, at tað skal syngja fyri báðum oyrum á øllum teimum, ið tað hoyra. Á tí degi lati eg koma yvir Eli alt tað, ið eg havi talað um hús hansara – frá byrjan at enda. Og tú skalt kunngera honum, at eg skal døma hús hansara um ævir, av tí at hann visti, at synir hansara bóðu ilt yvir Guð, og hevði kortini ikki at teimum. Tessvegna havi eg svorið viðvíkjandi húsi Eli: Sanniliga skal um ævir misgerð hús Eli ikki verða bøtt við sláturofri ella grónofrum.» Sámuel varð nú liggjandi kvirrur, og um morgunin fór hann tíðliga upp og læt upp hurðarnar á húsi Harrans, men tordi ikki at siga Eli frá sjónini. Og Eli kallaði á Sámuel og segði: «Sámuel, sonur mín!» Og hann svaraði: «Ja, her eri eg.» Og hann segði: «Hvat var tað, hann talaði við teg um? Loyn mær einki! Harrin man gjalda tær bæði nú og framvegis, um tú loynir mær nakað av øllum tí, sum hann talaði við teg um!» Og Sámuel segði honum alt samalt og loyndi honum einki. Tá segði hann: «Hann er Harrin; geri hann tað, sum honum líkar!» Og Sámuel kom til mans, og Harrin var við honum og læt einki av øllum orðum sínum falla til jarðar. Og allur Ísrael frá Dán til Beersjebu skilti, at Sámuel var skilaður til at vera profetur Harrans. Og Harrin helt áfram at birtast í Silo; tí at Harrin opinberaðist fyri Sámueli í Silo.
Og orð Sámuels komu út um allan Ísrael. Men á teimum døgum tóku Filistar at fylkjast til bardaga móti Ísrael. Og Ísrael fór út í hernað ímóti Filistum og setti herbúðir sínar við Ebenezer, meðan Filistar settu sínar herbúðir í Áfek. Og Filistar fylktu liði sínum móti Ísraelsmonnum, og orrustan varð hørð; men Ísraelsmenn fingu ósigur av Filistum, ið feldu í bardaganum á vígvøllum okkurt um fýra túsund mans. Og tá ið fólkið kom aftur til herbúðirnar, søgdu Ísraels elstu: «Hví man Harrin í dag hava latið okkum lúta fyri Filistum? Vær skulum heinta sáttmálaørk Harrans úr Silo; verður hon okkara millum, man hon bjarga okkum úr hondum fígginda vára.» Tá sendi fólkið boð til Silo, og teir fluttu haðan sáttmálaørk Harra herliðanna, hans, ið situr á kerúbum; og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, fóru saman við sáttmálaørk Guðs. Og tá nú sáttmálaørk Harrans var komin í herbúðirnar, hevjaði allur Ísrael herróp so øgiligt, at jørðin skalv. Og tá ið Filistar hoyrdu glymin av herrópinum, søgdu teir: «Hvat merkir hatta mikla glymjandi herróp í herbúðum Hebrea?» Og tá ið teir frættu, at ørk Harrans var komin í herbúðirnar, kom ræðsla á teir, tí at teir hugsaðu, at Guð var komin í herbúðir teirra, og teir søgdu: «Vei okkum, tí at ongantíð áður er tílíkt hent! Vei okkum! Hvør man bjarga okkum úr hondunum á hasum øgiliga Guði? Hetta er tann Guð, ið sló Egyptar við alskyns plágum og sóttum. Tit Filistar! Mennið tykkum nú og verið menn, so at tit ikki verða trælir hjá Hebreum, eins og teir hava verið trælir hjá tykkum. Verið nú menn og berjist!» Og Filistar tóku til bardaga; og Ísraelsmenn fingu ósigur, og flýddi hvør heim til sín, og mannfallið var almikið. Av Ísrael fullu tríati túsund mans av gonguherliði. Guðs ørk varð tikin sum herfongur, og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, fullu. Tá leyp maður av Benjamins ætt úr orrustuni og kom til Silo á sama degi í skræddum klæðum og við mold á høvdi sínum. Tá ið hann kom hagar, sí, tá sat Eli á stóli við liðið og stardi út á vegin, av tí at hann stúrdi fyri Guðs ørk. Tá ið maðurin nú var komin til bíggjar og hevði borið boðini, tók øll bygdin at rópa. Men tá Eli hoyrdi hetta gellandi róp, segði hann: «Hvat er hesin rómur?» Og maðurin skundaði sær og kom og segði Eli tíðindini. Men Eli var níti og átta ára gamal, og eygu hansara fóru at daprast, so at hann sá ikki. Og maðurin segði við Eli: «Eg eri hann, sum er komin úr orrustuni; eg flýddi í dag úr orrustuni.» Tá spurdi hann: «Hvussu hevur gingist, sonur mín?» Tá svaraði boðberin og mælti: «Ísrael flýddi fyri Filistum, og hjá fólkinum var eisini mikið mannfall, og somuleiðis fullu báðir synir tínir, Hofni og Pinehas, og Guðs ørk varð tikin.» Men tá hann nevndi Guðs ørk, fell Eli øvigur úr stólinum við liðið og hálsbrotnaði; og tað var bani hansara, av tí at hann var gamal og tungur. Hann hevði verið dómari í Ísrael í fjøruti ár. Men sonarkona hansara, kona Pinehasar, var nógv við barn, og tá ið hon hoyrdi tíðindini, at Guðs ørk var tikin og verfaðir hennara og maður hennara deyðir, tá fell hon í gólv og føddi, tí at barnverkir komu á hana. Men tá hon var deyðanum nær, søgdu konurnar, ið uppi yvir henni stóðu: «Óttast ikki, tí at tú hevur átt son.» Men hon ønti ikki aftur og lætst ikki um vón. Og hon nevndi drongin Íkabod og segði: «Horvin er dýrdin úr Ísrael!» – vegna tess, at Guðs ørk var tikin, og verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir. Og hon segði: «Horvin er dýrdin úr Ísrael, av tí at Guðs ørk er tikin.»
Men Filistar høvdu tikið Guðs ørk og flutt hana frá Ebenezer til Ásdod. Og Filistar tóku Guðs ørk og fluttu hana inn í hús Dágons og settu hana undir liðina á Dágoni. Og Ásdodsverjar fóru snimma upp morgunin eftir; men, sí, tá lá Dágon fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk Harrans; teir tóku tá Dágon og settu hann aftur á stað sín. Og teir fóru upp árla næsta morgun, men, sí, tá lá Dágon aftur á gólvinum fram eftir rommum framman fyri ørk Harrans; og høvur Dágons og báðar hendur hansara lógu avbrotnar á gáttini; einans bulur hansara var eftir. Tí er tað, at prestar Dágons og allir, ið ganga inn í hús Dágons, enn í dag ikki stíga á gátt Dágons í Ásdod. Og hond Harrans lá tung á Ásdodsverjum, hann nívdi teir og sló teir við svullum bæði í Ásdod og bygdunum har um leið. Og tá ið Ásdodsmenn sóu, hvussu vorðið var, søgdu teir: «Ikki má ørk Ísraels Guðs vera hjá okkum; tí at hond hansara liggur hørð á okkum og á Dágoni, gudi okkara.» Tá sendu teir boð og lótu savna til sín allar høvdingar Filista og søgdu: «Hvat eiga vit at gera við ørk Ísraels Guðs?» Og teir svaraðu: «Flyta skal ørk Ísraels Guðs til Gát!» Og teir fluttu ørk Ísraels Guðs hagar. Men tá ið teir høvdu flutt hana hagar, loypti hond Harrans mikla ræðslu á bygdina, og hann sló bygdarmenninar, so svullir brutu út bæði á stórum og smáum. Tá sendu teir Guðs ørk til Ekron. Men tá ið Guðs ørk var komin til Ekron, tóku Ekronverjar at rópa hátt og søgdu: «Teir hava flutt ørk Ísraels Guðs til okkara til tess at deyða okkum og tjóð okkara.» Tá sendu teir út boð og lótu savna til sín allar høvdingar Filista og søgdu: «Sendið ørk Ísraels Guðs burtur, so at hon kemur á stað sín og ikki deyðar okkum og tjóð okkara.» Tí at deyðans angist var komin á alla bygdina, og hond Guðs nívdi hana tungliga. Men teir menn, ið ikki doyðu, vórðu slignir við svullasótt, so at neyðarrópið úr bygdini steig upp til himna.
Frá tí degi, ørkin var komin til Kirjat-Jearim, leið long tíð – samfeld tjúgu ár liðu – tá tók alt Ísraels hús aftur at stunda á Harran. Og Sámuel segði við alt Ísraels hús: «Um tit av øllum hjarta vilja venda tykkum til Harrans, tá rekið burtur hinar fremmandu gudar tykkara og Ástarturnar og snúgvið hugi tykkara til Harrans og tænið honum eina – tá man hann bjarga tykkum úr hondum Filista.» Tá beindu Ísraelsmenn fyri Báalum og Ástartum og tæntu Guði eina. Tá segði Sámuel: «Stevnið øllum Ísrael saman í Mizpa, so skal eg biðja til Harrans fyri tykkum.» Og teir komu saman í Mizpa og drógu vatn og útheltu tað fyri ásjón Harrans og fastaðu tann dagin og søgdu: «Vit hava syndað móti Harranum.» Og Sámuel dømdi Ísraelsmenn í Mizpa. Men tá ið Filistar hoyrdu, at Ísraelsmenn høvdu savnast saman í Mizpa, fóru høvdingar Filista móti Ísrael. Og tá ið Ísraelsmenn frættu tað, vórðu teir ræddir fyri Filistum. Og teir søgdu við Sámuel: «Lætt ikki av at biðja fyri okkum til Harrans, Guðs várs, at hann má bjarga okkum úr hondum Filista.» Tá tók Sámuel smálomb og ofraði Harranum tað alt sum brennioffur; og Sámuel rópaði til Harrans fyri Ísrael, og Harrin bønhoyrdi hann; tí at meðan Sámuel ofraði brenniofrið, og Filistar nærkaðust til bardaga móti Ísrael, læt Harrin glymja øgiligan toruslátt yvir Filistum, so at teir spjaddust og fingu ósigur av Ísrael. Og Ísraelsmenn fóru út úr Mizpa og eltu Filistar og bardu teir allan vegin alt at Bet-Kar. Tá tók Sámuel stein og reisti hann millum Mizpa og Jesjana og kallaði hann Ebenezer og segði: «Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.» Soleiðis vórðu Filistar kúgaðir og herjaðu ikki aftur á Ísraels land; men hond Harrans lá tung á Filistum alla ævi Sámuels. Og bygdir tær, ið Filistar høvdu tikið frá Ísrael, komu aftur undir Ísrael, frá Ekron alt at Gát; eisini landið uttan um har tók Ísrael aftur av Filistum; og friður var millum Ísraels og Ámorita. Og Sámuel var dómari í Ísrael alla ævi sína. Hann ferðaðist á hvørjum ári um Betel, Gilgal og Mizpa og dømdi Ísrael á øllum hesum støðum. Síðan fór hann aftur til Ráma, tí at har búði hann, og har dømdi hann Ísrael. Og hann reisti Harranum altar har.
Í Benjamin var maður, Kisj nevndur at navni; hann var sonur Ábiels Zerorssonar Bekoratssonar Áfiahsonar, sonur einhvørs Benjaminita, eyðugur maður. Hann átti son, ið nevndist Sául, frægan og fríðan; eingin maður í Ísrael var fríðari enn hann; og hann bar høvur yvir allar. Nú vóru einaferð nakrar øsnur hjá Kisj, faðir Sáuls, horvnar. Tá segði Kisj við Sául, son sín: «Tak ein av sveinunum við tær og far og leita eftir øsnunum.» Og teir fóru um Efraimsfjøll og Sjálisjaland, men funnu tær ikki; so fóru teir um Sjáalimsland; men tær vóru heldur ikki har. Síðan fóru teir um Benjaminsland, men funnu tær ikki. Tá ið teir vóru komnir í Zufsland, segði Sául við sveinin, ið við honum var: «Kom, latum okkum fara heim aftur, so at ikki faðir mín í staðin fyri at hugsa um øsnurnar fer at óttast um okkum.» Men hann svaraði honum: «Sí, í hesi bygd er Guðsmaður, ið er navnframur, og alt, sum hann sigur, gongur út; latum okkum nú fara hagar; kanska sigur hann okkum, hvørja leið vit eiga at halda.» Og Sául svaraði sveininum: «Ja, latum okkum fara; men hvat skulu vit geva manninum? Tí at breyðið trýtur í matskjáttum okkara, og einki er tinganestið at geva Guðsmanninum; hvat hava vit?» Og sveinurin svaraði Sáuli aftur og mælti: «Sí, eg havi her hjá mær fjórðingssikul av silvuri; hann ætli eg at geva Guðsmanninum, so at hann sigur okkum, hvørja leið vit eiga at halda.» – Tá ið maður í forðum í Ísrael fór at leita sær ráð við Guð, varð havt fyri munni: «Komið, latum okkum fara til síggjaran; tí at teir, sum nú á døgum eita profetar, itu í forðum «síggjarar».» – Og Sául svaraði sveininum: «Tú hevur snúgvað orðum væl; kom, latum okkum fara,» og teir fóru til gongu inn í bygdina, har Guðsmaðurin var. Men á gøtuni niðan móti bygdini hittu teir ungar gentur, ið fóru eftir vatni, og teir spurdu tær: «Man síggjarin vera her?» Tær svaraðu teimum og søgdu: «Ja, hann er har framman fyri tykkum; hann er beint nú komin til bíggjar, av tí at fólkið ætlar at ofra sláturoffur á heygnum í dag. Fara tit nú alt í einum niðan í bygdina, so finna tit hann, áðrenn hann fer niðan á heyggin at eta; tí at fólkið etur ikki, fyrr enn hann kemur, av tí at hann skal signa ofrini, og tá fyrstani eta tey bodnu. Farið bert niðan í bygdina, tí at nú hitta tit hann.» Síðan gingu teir niðan í bygdina, og tá ið teir fóru inn um garðaliðið, kom Sámuel ímóti teimum á veg niðan á heyggin. Men dagin framman undan Sáuls komu, hevði Harrin opinberað Sámueli hetta: «Í morgin um hetta mundið man eg senda til tín mann úr Benjamins landi; hann skalt tú salva til høvdinga yvir fólk mítt, Ísrael, og hann skal bjarga fólki mínum úr hondum Filista; eg havi givið mær far um fólk mítt, av tí at neyðarróp teirra hevur borist upp til mín.» Og tá Sámuel bar eyga við Sául, segði Harrin við hann: «Hetta er maðurin, eg talaði við teg um; hesin skal ráða yvir fólki mínum.» Men Sául gekk tætt til Sámuels í miðjum borgarliði og segði: «Ger so væl at siga mær, hvar síggjarin býr.» Sámuel svaraði Sáuli: «Síggjarin, tað eri eg; far nú undan mær niðan á heyggin; tit skulu eta við mær í dag; men í morgin ári man eg fylgja tær á leið, tá man eg siga tær alla ætlan tína. Tí at um øsnur tær, ið hvurvu fyri trimum døgum síðan, mást tú ikki órógvast; tí at tær eru afturkomnar. Men á hvønn annan enn teg og hús faðirs tíns stundar allur Ísrael?» Tá svaraði Sául: «Eri eg ikki Benjaminiti, komin av minstu ætt Ísraels og av minsta kyntátti alra kyntátta Benjamins? Hví mælir tú orðum svá við meg?» Tá tók Sámuel Sául og svein hansara og leiddi teir innar í matsalin og gav teimum sæti ovast millum hinar bodnu – har vóru um leið tríati mans. – Og Sámuel segði við matsveinin: «Gev mær tað stykkið, sum eg bað teg leggja burturav.» Tá bar matsveinurin tjógvið fram og setti fyri Sául; og Sámuel segði: «Sí, her hevur tú tað, ið eftir er; et nú; tí at tað hevur verið goymt til tín til hina ásettu tíð, til tess at tú kundi eta saman við teimum bodnu.» Og Sául át nú saman við Sámueli tann dagin. Síðan gingu teir niður av heygnum oman í bygdina, og lega varð búgvin Sáuli til á takinum; og hann fór at leggja seg. Morgunin eftir, tá ið lýsti av degi, rópaði Sámuel á Sául uppi á takinum og segði: «Far nú upp; so skal eg fylgja tær á leið!» Og hann fór upp, og teir gingu báðir út saman. Men tá ið teir vóru komnir út um bygdina, segði Sámuel við Sául: «Bið sveinin fara undan okkum, men verð tú standandi her eina løtu, so skal eg kunngera tær orð Guðs.»
Tá tók Sámuel oljukrukku og helti út yvir høvur hansara og kysti hann og mælti: «Nú hevur Harrin salvað teg til høvdinga yvir fólki sínum Ísrael; tú skalt ráða yvir fólki Harrans og bjarga teimum úr hondum fígginda teirra. Og hetta man vera tær tekinið, at Harrin hevur salvað teg til høvdinga yvir arvi sínum: Tá ið tú í dag fert frá mær, manst tú hitta tveir menn við leiði Rakular á Benjamins markaskili í Zelza, og teir munnu siga við teg: «Øsnurnar, ið tú fórt út at leita eftir, eru afturkomnar; um tær hugsar faðir tín ikki meira; men hann er farin at órógvast um tykkum og at siga: Hvat kann eg gera viðvíkjandi syni mínum?» Og tá ið tú heldur áfram haðan og kemur at Táboreikini, hittir tú tríggjar menn, ið eru á ferð niðan til Guðs í Betel; ein teirra ber trý geitarlomb; ein ber tríggjar flatdrýlar, og triði ber prillu við víni. Teir fara at heilsa tær og geva tær tveir drýlarnar; teimum skalt tú taka við. Síðan kemur tú til Guðs Gibeu, har jallur Filista býr; og tá ið tú nærkast bygdini, kemur tú fram á flokk av profetum á ferð niður av offurheygnum við saltri og glymskálum, ljóðpípu og sittara og eru í profetiskum gudmóði. Tá man andi Harrans koma yvir teg, so at tú saman við teimum kemur í profetiskan gudmóð og verður annar maður. Og tá ið tú sært hesi tekin verða tær fyri, tá ger alt, sum tær hóvar, tí at Guð er við tær. Og tú skalt fara undan mær til Gilgals, og síðan komi eg oman til tín til tess at bera fram brennioffur og takkaroffur; í sjey dagar skalt tú bíða eftir mær; tá man eg kunngera tær, hvat tú eigur at gera.» Men tá ið hann nú snúði sær á og fór frá Sámueli, broytti Guð hjarta hansara, og øll hesi tekin gingu út henda sama dag. Tá ið teir komu til Gibeu, kom flokkur av profetum ímóti honum; og andi Guðs kom yvir hann, og hann kom í profetiskan gudmóð teirra millum. Og tá ið øll tey, ið áður høvdu kent hann, sóu, at hann var í profetiskum gudmóði saman við profetunum, søgdu teir hvør við annan: «Hvat er hetta, sum er hent syni Kisj? Er eisini Sául millum profeta?» Og maður haðan tók til orða og mælti: «Hvør man vera faðir teirra?» Av hesum komst hetta orðafelli: Er Sául eisini millum profeta? Men tá ið profetiski gudmóðurin var av honum runnin, kom hann til Gibeu. Og faðirbróðir Sáuls segði við hann og svein hansara: «Hvar fóru tit?» Hann svaraði: «At leita eftir øsnunum; og tá ið vit ongastaðni sóu tær, fóru vit til Sámuels.» Og faðirbróðir Sáuls segði: «Sig mær, hvat Sámuel segði við tykkum.» Sául svaraði faðirbróður sínum: «Hann segði okkum, at øsnurnar vóru afturkomnar.» Men tí, sum Sámuel hevði mælt um kongsdømið, segði hann honum einki frá. Tá stevndi Sámuel allari tjóðini til Harrans í Mizpa og segði við Ísraelsmenn: «Svá sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg havi leitt Ísrael út úr Egyptalandi og bjargað tykkum undan valdi Egypta og undan valdi alra teirra kongaríkja, ið kúgaðu tykkum. Men nú havna tit Guði tykkara, ið tykkum hevur bjargað úr øllum neyðum og trongdum, og tit siga: Nei, set kong at ráða yvir okkum. So gangið nú fram fyri Harran eftir ættum og ættargreinum tykkara.» Síðan læt Sámuel allar Ísraels ættir ganga fram, og lutur fell á Benjamins ætt. Tá læt hann Benjamins ætt ganga fram eftir ættargreinum hennara, og lutur fell á Matris ættargrein; síðan læt hann ættargrein Matris ganga fram mann eftir mann, og lutur fell á Sául, son Kisj. Men tá teir leitaðu eftir honum, var hann ikki at finna. Tá spurdu teir aftur Harran: «Er maðurin komin higar?» Og Harrin svaraði: «Hann krógvar seg í viðførinum.» Teir runnu tá hagar eftir honum, og tá ið hann trein fram fyri fólkið, bar hann høvur yvir allar. Men Sámuel segði við alt fólkið: «Síggja tit hann, ið Harrin hevur kosið? Ikki finst javnlíki hans í allari tjóðini!» Tá hevjaði fólkið alt fagnaðarróp og mælti: «Kongurin livi!» Síðan greindi Sámuel fólkinum frá rættindum kongsdømisins og ritaði tey í bók, sum hann legði frammi fyri Harranum. Tá læt hann alt fólkið fara heim hvør til sín. Og eisini Sául fór heim til sín sjálvs í Gibeu, og við honum fóru reystmenni tey, sum Guð hevði nortið við hjartað á. Men har vóru nakrir dramblátir, ið søgdu: «Hvørja hjálp kann hesin veita okkum?» og teir vanvirdu hann og góvu honum ongar gávur. Men hann lætst ikki um vón.
Tá segði Sámuel við allan Ísrael: «Sí, eg havi lagað meg eftir tykkum í øllum, sum tit hava biðið meg um, og eg havi sett kong yvir tykkum. Og sí, nú gongur kongur tykkara millum; og eg eri vorðin gamal og gráur; men synir mínir eru hjá tykkum. Og eg havi ferðast tykkara millum frá barnaárum og alt at hesum degi. Her standi eg; svarið mær nú fyri Harranum og hinum salvaða hansara: Havi eg frá nøkrum manni tikið oksa hansara ella asna? Havi eg kúgað nakran, ella havi eg framt yvirgangsverk móti nøkrum? Havi eg tikið við mutri av nøkrum og latið eyguni aftur? Um so er, vil eg bøta tað aftur.» Teir svaraðu: «Tú hevur ongan okkara kúgað og ikki framt yvirgangsverk móti nøkrum; og einki hevur tú tikið frá nøkrum.» Tá segði hann við teir: «Harrin og salvaði hansara veri vitni móti tykkum á hesum degi, at tit einki hava funnið í míni hond!» Og teir svaraðu: «Ja, teir skulu vera vitni.» Síðan segði Sámuel við fólkið: «Harrin veri vitni, hann, ið læt Móses og Áron stíga fram, og sum leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi. Og gangið nú fram, so skal eg døma tykkum fyri ásjón Harrans, og eg skal minna tykkum á allar tær vælgerðir, sum Harrin í miskunn síni hevur sýnt tykkum og fedrum tykkara. Tá ið Jákup og synir hansara vóru komnir til Egyptalands, fóru Egyptar illa við teimum; tá rópaðu fedrar tykkara til Harrans; og Harrin sendi Móses og Áron, ið leiddu fedrar tykkara út úr Egyptalandi og fekk teimum bústað her. Men teir gloymdu Harran, Guð sín; tí gav hann teir upp í hendur Sisera, herhøvdinga hjá Jábin kongi í Házor, og í hendur Filista og í hendur Móabs kongs, so at teir herjaðu á teir. Tá rópaðu teir til Harrans og søgdu: «Vit hava syndað, tí at vit hava givið Harran yvir, og vit hava tænað Báalunum og Ástartunum; men bjarga okkum nú undan valdi fígginda vára, so skulu vit tæna tær.» So sendi Harrin Jerubbáal, Bárak, Jefta og Sámuel og bjargaði tykkum undan valdi fígginda tykkara, sum uttan um tykkum búgva, so at tit fingu búð óttaleysir. Men tá sóu tit Náhasj, kong Ammonita, koma móti tykkum til bardaga, tá søgdu tit við meg: «Nei, kongur skal ráða yvir okkum!» tó at Guð tykkara var kongur yvir tykkum. Og her er nú kongurin, sum tit hava kosið og biðið um; Guð hevur nú skipað kong yvir tykkum. Um tit óttast Harran og tæna honum og lýða rødd hansara og eru ikki boðum Harrans ólýdnir, og um bæði tit og tann kongur, ið settur er yvir tykkum, fylgja Harranum, Guði tykkara, tá man fara at gangast tykkum væl. Men lýða tit ikki rødd Harrans, og eru tit boðum hansara ólýdnir, tá verður hond Harrans móti tykkum og kongi tykkara til tess at týna tykkum. So gangið nú fram og lítið at tí mikla verki, ið Harrin man gera fyri eygum tykkara! Man ikki hveitiskurðartíðin vera komin? Nú ætli eg at biðja Harran senda toruslátt og áarføri, so at tit mega sanna og síggja, hvussu mikla illgerð tit hava gjørt í eygum Harrans, tá tit bóðu um kong!» Og Sámuel rópaði til Harrans, og Harrin sendi á sama degi toruslátt og áarføri; tá kom yvir alt fólkið mikil ótti fyri Harranum og Sámueli. Tá segði alt fólkið við Sámuel: «Gakk nú fram fyri Harran, Guð tín, í bøn fyri trælir tínar, so at vit ikki doyggja; tí at vit hava lagt aftur at øllum syndum okkara hesa misgerð at biðja um kong.» Og Sámuel svaraði fólkinum: «Óttist ikki! Víst hava tit gjørt alla hesa illgerð; men víkið nú ikki frá Harranum og tænið honum av øllum hjarta tykkara; og eltið ikki hinar fánýtu gudar, ið ikki kunnu hjálpa ella bjarga, av tí at teir eru fáfongd. Tí at vegna mikla navns síns man Harrin ikki reka burtur fólk sítt, av tí at tað hevur toknast honum at gera tykkum til fólk sítt. Og fjar veri mær tann synd móti Harranum, at eg haldi uppat at biðja til Harrans fyri tykkum og beina tykkum inn á hina góðu og rættu leiðina! Óttist einans Harran og tænið honum trúliga av øllum hjarta tykkara; tí síggið, hvussu nógv hann hevur gjørt fyri tykkum! Men fara tit kortini illa at, so skulu tit og kongur tykkara týnast.»
Sául var ... ára gamal, tá ið hann varð kongur, og tey ár, sum hann ríkti yvir Ísrael, vóru .... Sául kjósaði sær trý túsund mans úr Ísrael; tvey túsund vóru hjá Sáuli í Mikmas og á Betels fjøllum, og eitt túsund var hjá Jónatani í Gibeu í Benjamins landi; tað, ið eftir var av herfólkinum, sendi hann heim aftur. Tá drap Jónatan landsstjóra Filista í Geba. Hetta frættu nú Filistar, og at Hebrear høvdu gjørt seg leysar. Men Sául hevði blást í herlúðurin um alt landið, og alt fólkið hoyrdi, at Sául hevði dripið landsstjóra Filista, og at Filistar tí vóru illa í øgn við Ísrael. Tá savnaðist fólkið og fylgdi Sáuli til Gilgal. Og Filistar savnaðust saman til bardaga móti Ísrael – trý túsund vagnar, seks túsund reiðmenn og gonguherlið, so mangir sum sandurin við sævarflóð. Og teir fóru og settu herbúðir sínar í Mikmas fyri eystan Bet-Áven. Men tá ið Ísraelsmenn sóu, at vegir teirra tóku at treingjast, fjaldi fólkið seg í hellum og holum, gjáum, giljum og gryvjum. Mangir fóru um Jórdans vað yvir í Gáds og Gileads land. Men Sául var enn í Gilgal, og fólkið alt fylgdi honum í miklum ótta. Hann bíðaði nú sjey dagar, ta tíð, ið Sámuel hevði ásett; men Sámuel kom ikki til Gilgal, og fólkið spjaddist og fór frá honum. Tá segði Sául: «Flýggið mær brenniofrið og takkarofrið!» Síðan ofraði hann brenniofrið. Men beint sum hann var liðugur at ofra brenniofrið, sí, tá kom Sámuel. Og Sául fór ímóti honum og heilsaði honum. Tá segði Sámuel: «Hvat hevur tú gjørt?» Sául svaraði: «Eg sá fólkið spjaðast og fara frá mær; men tú komst ikki ta ásettu tíðina. Og tá ið Filistar savnaðust saman í Mikmas, hugsaði eg: Nú koma Filistar oman til Gilgal og ráðast á meg, og eg havi enn ikki blíðkað Harran; tá herdi eg hugin og ofraði brenniofrið.» Tá segði Sámuel við Sául: «Býttliga hevur tú farið at! Hevði tú havt varðveitt boðorð Harrans, Guðs tíns, so sum hann beyð tær, tá hevði hann latið kongsvald títt yvir Ísrael staðið við um allar ævir. Men nú skal kongsdømi títt ikki standast. Harrin hevur funnið sær mann eftir hjarta sínum, og honum hevur Harrin boðið at vera høvdingi yvir fólki sínum, av tí at tú ikki hevur hildið tað, sum Harrin álegði tær!» Síðan fór Sámuel úr Gilgal og helt avstað; men leivdir av fólkinum fylgdu Sáuli í bardaga; og tá teir komu úr Gilgal til Gibeu í Benjamins landi, kannaði Sául herliðið, ið eftir var hjá honum, um seks hundrað mans. Sául og Jónatan, sonur hansara, og tað liðið, sum við teimum var, settust í Geba í Benjamins landi, meðan Filistar settu herbúðir sínar í Mikmas. Tá fór ránslið út úr herbúðum Filista í trimum flokkum, ein flokkurin helt ferðini til Ofra inn í Sjúal landið, annar flokkurin helt ferðini til Bet-Hóron, og triði flokkurin helt ferðini at heygnum, ið dagar oman fyri Zeboim slættan við oyðimørkina. Men eingir jarnsmiðir vóru eftir í øllum Ísraels landi, – tí sum Filistar søgdu: «Hebrear skulu ikki smíða sær svørð og spjót!» – Tí máttu allir Ísraelsmenn oman til Filista at brýna plógjørn og grev, øksir og broddar, hvørja ferð skørð komu í eggjar á plógjørnum og grevum, og tá ið øksir máttu brýnast, og broddar beinast. Tessvegna hevði í orrustuni við Mikmas eingin av herliði Sáuls og Jónatans svørð og spjót uttan Sául sjálvur og Jónatan, sonur hans.
Nú bar so á ein dagin, at Jónatan, sonur Sáuls, segði við vápnasvein sín: «Kom tú, vit skulu fara yvir at varðliði Filista, sum er hinumegin!» Men faðir sínum segði hann einki um hetta. Sául sat tá uttanvert við Geba undir granateplatrænum við treskivøllin, og liðið, sum hann hevði hjá sær, var um seks hundrað mans. Áhia, sonur Áhitubs, bróðir Íkabods, Pinehassonar, Elisonar, prests Harrans í Silo, bar akulin; men herurin visti ikki, at Jónatan var farin. Men í klivunum, har Jónatan royndi at koma fram at varðliði Filista, vóru tvær navir, hvør sínumegin; onnur æt Bozez og onnur Sene. Onnur stóð brøtt móti norðri frammanvert við Mikmas og onnur móti suðri uttanvert við Geba. Og Jónatan segði við vápnasvein sín: «Kom, latum okkum fara yvir at varðliðinum hjá hesum óumskornu; kundi borið á, at Harrin veitti okkum onkun dugnað; ikki man tað gera Harranum mun at bjarga, hvørt heldur tað er við fáum ella mongum.» Vápnasveinurin svaraði honum: «Ger, hvat hugur tín stundar á, eg skal fylgja tær; vit munnu vera á einum máli.» Tá segði Jónatan: «Sí, vit fara nú yvir at monnunum og lata teir bera eyga við okkum. Um teir tá rópa á okkum: Verðið standandi, til vit koma yvir til tykkara! tá skulu vit standa stillir, har sum vit eru, og ikki fara yvir til teirra. Men um teir rópa: Komið niðan higar til okkara! tá skulu vit fara; tí at tá hevur Harrin givið teir upp í okkara hendur; hetta man verða okkum tekin.» Síðan lótu teir varðlið Filista bera eyga við seg; og Filistar søgdu: «Sí, har koma nakrir Hebrear út úr hellunum, teir hava krógvað seg í!» Tá rópaðu nakrir úr varðliðinum á Jónatan og vápnasvein hansara: «Komið higar niðan til okkara, so skulu vit siga tykkum eitt!» Tá segði Jónatan við vápnasvein sín: «Kom nú aftan á meg, tí at Harrin hevur givið teir upp í hendur Ísraels.» Tá fór Jónatan klívandi niðan á hondum og fótum og vápnasveinurin aftan á hann; og teir flýddu undan honum; men Jónatan feldi teir, og vápnasveinurin kom aftaná og gav teimum mønustingin. Og Jónatan og vápnasveinur hansara feldu í fyrstu atsókn um tjúgu mans á einum øki, ið tveir oksar pløga hálvan dag. Tá elvdist mikil ræðsla bæði í herbúðunum og kring um í øllum fólkinum; og varðliðið og ránsliðið vórðu eisini illa skelkað; umframt tað tók jørðin at skakast; og soleiðis kom ræðsla frá Guði á tey. Og tá ið varðmenn Sáuls í Geba í Benjamins landi litu seg um, sí, tá vóru herbúðir allar í hurlivasa. Tá segði Sául við menn sínar: «Kannið liðið og hyggið eftir, hvør av okkara monnum er farin!» Og teir kannaðu liðið, og sí, Jónatan og vápnasveinur hansara vóru ikki har. Tá segði Sául við Áhia: «Kom higar við aklinum!» Tí at hann bar tá akulin frammi fyri Ísrael. Men meðan Sául talaði við prestin, versnaði gangurin í herbúðum Filista, so at Sául beyð prestinum at steðga sær eitt sindur. Og Sául og alt liðið, ið við honum var, savnaðust, og tá ið teir komu í orrustuna, sí, tá brá har hvør brandinum ímóti øðrum, og alt var í eini fløkju. Har vóru eisini Hebrear, ið frammanundan høvdu lútað fyri Filistum og vóru farnir í hernað saman við teimum; teir hálsaðu um og fóru í felag við teir Ísraelsmenn, ið vóru við Sáuli og Jónatani. Og tá ið Ísraelsmenn teir, ið krógvað seg høvdu á Efraims fjøllum, frættu, at Filistar flýddu, hildu teir allir aftan á teir og komu við í orrustuna. Soleiðis veitti Harrin Ísrael sigur tann dagin. Men meðan orrustan gekk áfram við Bet-Hóron, – alt liðið, um tíggju túsund mans, var við Sáuli og Jónatani, og orrustan bylgdist um øll Efraims fjøll – tá hevði Sául gjørt tað dáraverk at lata fólkið svørja henda eið: «Bølbiðin verði tann maður, ið bragdar mat, áðrenn komið er at kvøldi, og eg havi hevnt meg á fíggindar mínar!» Tessvegna bragdaði eingin av herliðinum mat. Men nú vóru hunangsbýli har í haganum. Og tá ið liðið kom at hunangsbýlunum, sí, tá vóru býflugurnar útflognar; men eingin av herliðinum tordi at bera hond at munni, av tí at teir óttaðust eiðin. Men Jónatan hevði ikki hoyrt faðir sín taka eið av herliðinum; hann tók tí og rendi píkina á stavinum, hann hevði í hondini, niður í hunangskøku og bar hond sína at munni; tá klárnaðu eygu hansara aftur. Men ein av fólkinum í herliðinum tók til orða og mælti: «Faðir tín tók henda eið av fólkinum: Bølbiðin verði hann, ið bragdar mat í dag! – Hóast tað, at menn vóru lúgvaðir –.» Tá segði Jónatan: «Faðir mín ger illa við landið: Síggið ljóman í eygum mínum bert av tí, at eg bragdaði hetta lítla sindrið av hunangi; og hvussu mikið meira hevði ikki mannfallið verið hjá Filistum, um menn høvdu etið dúgliga av tí herfongi, teir komu fram á og tóku frá fíggindanum!» Og teir feldu Filistar á tí degi frá Mikmas til Ajjalon; og fólkið var útlúgvað. Tessvegna løgdust teir á herfongin, tóku smalur, neyt og kálvar og svævdu niður á jørðina og ótu kjøtið við blóðinum. Menn søgdu nú Sáuli frá hesum og mæltu: «Sí, fólkið syndar móti Harranum við at eta kjøtið við blóðinum.» Og hann svaraði: «Tit hava verið ótrúgvir! Rullið mær higar stóran stein!» Tá mælti Sául: «Farið út millum manna og sigið við fólkið: Hvør maður skal koma til mín við neytum og seyði sínum og slátra her og eta; syndið ikki móti Harranum við at eta kjøtið við blóðinum í.» Tá kom hvør maður av fólkinum við tí, sum hann hevði, og slátraði har. Síðan bygdi Sául Harranum altar; tað var tað fyrsta altarið, hann bygdi Harranum. Og Sául tók til orða: «Vit skulu fara oman aftan á Filistar á nátt og herja teirra millum, til tað lýsir av degi, og ongan teirra lata vera eftir!» Og teir svaraðu: «Ger alt, sum tær líkar.» Men presturin mælti: «Vit eiga at ganga fram fyri Guð!» Tá spurdi Sául Guð: «Eigi eg at fara oman aftan á Filistar? Manst tú geva teir upp í hendur Ísraelsmanna?» Men Harrin svaraði honum ikki tann dagin. Og Sául mælti: «Gangið higar allir høvdingar fólksins og rannsakið og hyggið eftir, hvør ið hevur gjørt hesa synd í dag! Tí at so satt sum Harrin livir, ið hevur givið Ísrael sigur, um tað so er sonur mín Jónatan, ið gjørt hetta hevur, skal hann láta lívið!» Men eingin av øllum fólkinum svaraði honum. Tá segði Sául við allan Ísrael: «Verðið tit øðrumegin, eg og Jónatan sonur mín skulu verða øðrumegin.» Og fólkið segði við Sául: «Ger sum tær líkar best.» Og Sául segði við Harran: «Ísraels Guð! Hví svaraði tú ikki tænara tínum í dag? Um henda misgerð hvílir á mær ella á Jónatani, syni mínum, tá lat tú Harri, Ísraels Guð, Urim koma fram; men um hon hvílir á fólki tínum Ísrael, tá lat tú Tummim koma fram.» Og lutur fell á Jónatan og Sául; men fólkið slapp undan. Tá mælti Sául: «Kastið lut millum mín og Jónatans, sonar míns.» Og lutur fell á Jónatan. Sául segði nú við Jónatan: «Sig mær, hvat hevur tú gjørt?» Jónatan svaraði honum og segði: «Eg bragdaði eitt lítið sindur av hunangi, ið var á píkini á tí stavi, sum eg havi í hondini; sí, her eri eg; eigi eg at láta lív?» Og Sául svaraði: «Lati Guð mær verða fyri bæði hetta og hatta, sum hann vil; men vissuliga skalt tú, Jónatan, láta lív!» Tá segði fólkið við Sául: «Eigur Jónatan at láta lív, hann, ið hevur vunnið Ísrael henda mikla sigur? Tað verði av ongum! So satt sum Harrin livir, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar; tí at við Guðs hjálp hevur hann vunnið í dag!» Og fólkið loysti Jónatan undan lívláti. Sául elti nú ikki longur Filistar, men fór heim, og Filistar fóru heim til sín sjálvs. Tá ið Sául hevði fingið kongsdømi yvir Ísrael, kom hann í bardaga við allar fíggindar sínar har um vegir, við Móab og Ammonitar, við Edóm, við kongin av Zóba og Filistar; og hvar ið hann fór, vann hann sigur. Hann gjørdi eisini mikil brøgd og vann sigur á Ámaleki og bjargaði Ísrael undan valdi kúgara teirra. Synir Sáuls vóru Jónatan, Jisjvi og Malkisjúa; og hann átti tvær døtur; hin frumgitna æt Merab og hin yngra Mikal. Kona Sáuls æt Áhinoam, Áhimáazar dóttir. Og herhøvdingi hansara æt Ábner, sonur Ners, faðirbróður Sáuls, tí at Kisj, faðir Sáuls, og Ner, faðir Ábners, vóru synir Ábiels. Og bardagin móti Filistum var harður alla ævi Sáuls. Og hvørt reystmenni og hvørja hetju, Sául hitti, tók hann upp í hirð sína.
Sámuel segði við Sául: «Harrin sendi meg at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki hansara; lýð tí boðorðum Harrans! So sigur Harri herliðanna: Eg vil hevna aftur á Ámalek tað illa, sum hann gjørdi móti Ísrael, tá ið hann tálmaði teimum ferðina úr Egyptalandi. Far nú og herja á Ámalek og víg hann og alt hansara deyðanum; eir honum ikki, men deyða bæði menn og konur, børn og bróstabørn, neyt og seyðir, kamelar og asnar!» Sául beyð tá liðinum saman og kannaði tað í Telaim, tvey hundrað túsund mans av gonguherfólki og tíggju túsund Júdamenn. Og Sául kom at høvuðsborg Ámaleks og legði seg á loynum í dalinum. Men Sául segði við Kenitar: «Skiljið tykkum frá Ámalekitum og farið burtur, so at eg oyði ikki tykkum saman við teimum; tí at tit sýndu jú góðvild móti øllum Ísraelsmonnum á ferð teirra úr Egyptalandi!» Tá fóru Kenitar burtur frá Ámalekitum. Og Sául vann sigur á Ámaleki frá Hávila og suður móti Sjúr, ið liggur fyri eystan Egyptaland. Og Ágag, kongin hjá Ámalekitum, tók hann livandi; men alt fólkið vígdi hann deyðanum og týndi tað við svørði. Sául og fólkið eirdu Ágagi og øllum tí besta av smalum og neytum; øll tey feitu og vælgøddu djór, alt tað besta vildu teir ikki víga deyðanum; men alt tað, ið rak var og ringt – tað vígdu teir deyðanum. Tá kom til Sámuels hetta orð frá Harranum: «Meg iðrar tað, at eg gjørdi Sául til kong, tí at hann er vikin frá mær og hevur ikki framt boðorð míni.» Og Sámuel varð ógvuliga vreiður og rópaði til Harrans alla náttina. Tá ið Sámuel morgunin eftir ætlaði sær á fund Sáuls, frætti hann, at Sául var komin til Karmels og hevði reist sær minnisvarða har og var síðan farin oman í Gilgal. Og Sámuel hitti Sául; tá segði Sául við hann: «Signaður verði tú av Harranum! Eg havi framt boðorð Harrans.» Men Sámuel mælti: «Hvat hevur henda jarmanin av smalum at týða, henda beljanin av neytum, eg hoyri rymja fyri oyrum mínum?» Sául svaraði: «Hasum komu teir við frá Ámalekitum; tí at fólkið eirdi tí besta av smalum og neytum til tess at ofra tað Harranum, Guði tínum; hitt, ið eftir var, vígdu vit deyðanum.» Tá segði Sámuel við Sául: «Tað er nóg mikið! Nú skal eg siga tær, hvat Harrin hevur kunngjørt mær í nátt!» Og hann svaraði: «Tala!» Og Sámuel mælti: «Tó at tú lítilsvirðir teg sjálvan, ert tú kortini høvdingi yvir Ísraels ættum, og Harrin hevur salvað teg til kong yvir Ísrael. Og Harrin beyð tær at fara herferð og segði: Gakk og víg Ámalekitar, hasar syndarar, deyðanum og legg á teir við svørði so dygt, at teir farast med alla! Hví hevur tú tá ikki lýtt boði Harrans, men legðist á herfongin og gjørdi tað, ið ikki var rætt í eygum Harrans?» Sául svaraði Sámueli: «Eg havi lýtt boði Harrans; eg fór ta herferð, sum Harrin beyð mær at fara, og eg eri komin higar við Ágagi, kongi Ámalekita, og havi vígt Ámalekitar deyðanum. Men fólkið tók smalur og stórdýr av herfonginum, tað besta av tí, sum skuldi verið vígt deyðanum, til tess at ofra tað Harranum, Guði tínum, í Gilgal.» Tá mælti Sámuel: «Man Harrin leggja so nógv lag í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni móti boðum sínum? Nei, lýdni er betri enn sláturoffur og geymi betri enn veðranetjur. Tvørlyndi er ikki mætari enn fjølkunnusynd, og treiskni ikki mætari enn húsgudar. Av tí at tú hevur havnað boðorðum Harrans, hevur Harrin eisini rikið teg frá kongsdøminum.» Tá mælti Sául við Sámuel: «Eg havi syndað og brotið boð Harrans og fyriskipanir tínar; men eg óttaðist fólkið og lagaði meg eftir teimum. Men fyrigev mær nú synd mína og kom við mær aftur, so vil eg níga í bøn til Harrans.» Men Sámuel svaraði Sáuli: «Eg komi ikki aftur við tær; tí at tú hevur havnað boðorðum Harrans; og nú hevur Harrin havnað tær, so at tú ikki longur verður kongur yvir Ísrael!» Og Sámuel snúðist og ætlaði at fara; men Sául treiv í skeytið á skikkju hansara, so tað skrædnaði. Tá segði Sámuel við hann: «Harrin hevur í dag skrætt kongsdømið yvir Ísrael av tær og givið øðrum tað, ið betri er enn tú! – Og ikki lýgur Harrin, dýrd Ísraels, og ikki iðrar hann seg, tí at hann er ikki maður, so at hann iðrar seg!» Tá mælti hann: «Eg havi syndað; men sýn mær nú sóma frammi fyri fólks míns elstu og frammi fyri Ísrael og vend aftur við mær, so at eg kann níga í bøn til Harrans, Guðs tíns!» Sámuel snúðist tá aftur við Sáuli, og Sául neig í bøn til Harrans. Tá mælti Sámuel: «Leiðið mær Ágag, kong Ámalekita, higar.» Og Ágag gekk vælhýrdur til hansara og mælti: «Vissuliga er nú deyðans beiskleiki horvin!» Men Sámuel segði: «Eins og svørð títt hevur gjørt konur barnleysar, so skal móðir tín verða barnleys fram um aðrar konur!» Síðan gav Sámuel Ágagi banahøgg fyri ásjón Harrans í Gilgal. Sámuel fór so leið sína til Ráma, men Sául fór heim til sín í Sáuls Gibeu. Og ongantíð á ævi síni sá Sámuel Sául aftur; tí at Sámuel syrgdi yvir Sául, og Harrin iðraði seg um, at hann nakrantíð setti Sául sum kong yvir Ísrael.
Filistar drógu nú aftur lið saman til orrustu og savnaðust í Sóko, sum er í Júda; og teir settu herbúðir sínar við Efes-Dammim ímillum Sóko og Ázeka. Og eisini Sául og Ísraelsmenn savnaðust saman og settu herbúðir sínar í Eikidalinum og búðust til bardaga móti Filistum. Filistar stóðu á fjallinum øðrumegin, og Ísraelsmenn stóðu á fjallinum hinumegin, so at dalurin var ímillum teirra. Tá gekk hólmgongumaður fram úr fylkingum Filista, Góliat nevndur at navni, ættaður úr Gát; hann var seks alnir og sponn høgur. Hann hevði hjálm úr kopari á høvdi og var í spangabrynju, sum fimm túsund siklar av kopari vóru í. Á leggjunum hevði hann spengur av kopari og hevði skotspjót úr kopari um herðarnar. Og spjótstong hansara var eins og rivur á vevi, og spjótsoddurin var úr jarni og vá seks hundrað siklar. Undan honum gekk skjaldarsveinur hansara. Hann steig nú fram og rópaði yvir á fylkingar Ísraels og segði við teir: «Hví eru tit farnir út at búgvast í bardaga? Eri eg ikki Filisti og tit tænarar Sáuls? Kjósið tykkum nú mann og latið hann koma oman higar til mín. Er hann førur at berjast við meg og fella meg, tá skulu vit verða trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, tá skulu tit verða trælir okkara og tæna okkum!» Framvegis mælti Filistin: «Eg havi háðað fylkingar Ísraels í dag; fáið mær nú mann, so vit mega berjast!» Men tá ið Sául og allir Ísraelsmenn hoyrdu hesi orð Filistans, skulvu teir og vórðu ógvuliga ræddir. Dávid var sonur Efratita úr Betlehem í Júda, sum æt Ísai, og sum átti átta synir; hesin maður var á Sáuls døgum gamal og boygdur av elli. Tríggir hinir elstu av Ísai sonum vóru farnir í hernað við Sáuli, og av hesum trimum sonum hansara, sum í hernað vóru farnir, æt hin frumgitni Eliab, annar Ábinadab og hin triði Sjamma. Dávid var yngstur, og tríggir hinir elstu vóru farnir við Sáuli. Men Dávid fór við hvørt frá Sáuli til at goyma at smalum faðirs síns í Betlehem. Í fjøruti dagar gekk Filistin fram bæði morgun og kvøld til tess at bjóða av. Nú mælti Ísai við son sín Dávid: «Tak hesa efu við svidnum korni og hesar tíggju drýlarnar og skunda tær avstað við tí til brøður tínar í herbúðunum og fá herliðshøvdinganum hesar tíggju ostflísar og hygg eftir, hvussu brøðrum tínum veit við, og hav aftur við tær eitthvørt veð frá teimum. Sául og teir og allir Ísraelsmenn eru í Eikidalinum í bardaga við Filistar.» Snimma morgunin eftir fór Dávid upp, gav øðrum hirða seyðirnar í varðveitslu, og tók tað, hann skuldi hava við sær, og helt ferð síni, so sum Ísai hevði boðið honum. Tá ið hann kom at vagnborgini, gekk herurin fram í fylking og hevjaði herróp. Bæði Ísraelsmenn og Filistar búðust til bardaga og settu fylking móti fylking. Og Dávid tveitti tá lutir sínar av sær og flýggjaði manninum teir, ið goymdi at viðførinum; síðan skundaði hann ferð síni at fylkingini til tess at fregnast, hvussu brøðrum hansara visti við. Og meðan hann talaði við teir, sí, tá gekk hólmgongumaðurin – hann æt Góliat, Filisti úr Gát – fram úr fylkingum Filista og segði somu orð, sum hann var vanur; hetta hoyrdi Dávid. Tá ið Ísraelsmenn sóu mannin, flýddu teir undan honum og vórðu ógvuliga ræddir. Tá mælti ein av Ísraelsmonnum: «Síggja tit handa mannin, ið har kemur? Hann kemur til tess at háða Ísrael; men tí manni, ið fellir hann, man kongur veita miklan eyð og geva honum dóttur sína og lata ætt faðirs hans sleppa undan skatti í Ísrael.» Tá spurdi Dávid teir menn, ið næstir honum stóðu: «Hvat fær maður, ið fellir handa Filistan og rekur hesa vanvirðing burtur av Ísrael? Tí at hvør er hasin óumskorni Filisti, at hann torir at háða herfylkingar hins livandi Guðs?» Og fólk segði honum við somu orðum, hvat ið tann skuldi fáa, sum feldi hann. Men tá ið Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi hann tala við menninar, varð hann illur við Dávid og mælti: «Hví kemur tú oman higar, og hvørjum hevur tú givið í varðveitslu hinar neyðar seyðir á oyðimørkini? Eg kenni nasadirvi tína og títt vánda hjarta, tí at tú ert higar komin til tess at hyggja at bardaganum.» Dávid svaraði: «Hvat havi eg nú gjørt? Havi eg ikki loyvi at spyrja?» Og hann snúðist frá honum og spurdi uppaftur ein annan á sama hátt; men fólkið gav honum sama svar. Men tá ið Sául frætti, hvat ið Dávid hevði mælt, sendi hann boð eftir honum. Tá segði Dávid við Sául: «Eingin eigur at falla í fátt; tænari tín skal fara at berjast móti hasum Filista.» Men Sául segði við Dávid: «Tú kanst ikki fara móti hasum Filista og berjast við hann, tí at tú ert ungur, meðan hann hevur verið bardagamaður frá ungum árum.» Tá segði Dávid við Sául: «Tænari tín hevur verið smaludrongur hjá faðir sínum, og um ljón ella bjørn kom og tók lamb úr fylginum, tá helt eg aftan á hana og feldi hana og bjargaði tí úr gapi hennara; og um hon legði á meg, tá treiv eg um kampar hennara og bardi hana til deyða. Bæði ljón og bjørn hevur tænari tín dripið; og tað man fara at gangast hesum óumskorna Filista eins og teimum; tí at hann hevur háðað herfylkingar hins livandi Guðs.» Og Dávid mælti uppaftur: «Harrin, ið hevur bjargað mær úr klóm ljónsins og úr klóm bjarnarinnar, man eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filista!» Tá segði Sául við Dávid: «Gakk, Harrin fylgi tær!» Síðan læt Sául Dávid í herklæði síni, setti honum koparhjálm á høvur og læt hann í brynju og gyrdi hann svørði sínum uttan um herklæðini; men tá fekk hann ikki gingið, av tí at hann ongantíð hevði roynt hetta áður; og Dávid mælti við Sául: «Eg fái ikki gingið í hesum, av tí at eg ongantíð havi roynt hetta.» Tá lótu teir hann úr tí. Men hann tók stav sín í hondina og valdi sær upp úr ánni fimm hálar steinar og legði teir í hirðapjøkan, sum hann hevði hjá sær í skreppuni; síðan tók hann sleingibandið í hondina og fór móti Filistanum. Filistin nærkaðist nú í hvørjum Dávidi, og skjaldsveinur hansara gekk undan honum. Og tá ið Filistin leit seg um og bar eyga við Dávid, tók hann at speireka hann, av tí at hann var ungmenni, væl dæmdur og fríður í ásjón. Og hann segði við Dávid: «Eri eg tá hundur, at tú kemur móti mær við stavi?» Og Filistin tók at biðja ilt yvir Dávid við gud sín. Og Filistin segði við Dávid: «Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himinsins og villdjórunum kjøtið á tær.» Tá mælti Dávid við Filistan: «Tú kemur móti mær við svørði og spjóti og skotteini; men eg komi móti tær í navni Harra herliðanna, Guð herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað. Men í dag man Harrin geva teg upp í mínar hendur, og eg skal jarðleggja teg og høgga høvdið av tær, og ræini av tær og herliði Filista man eg í dag geva fuglum himinsins og villdjórum jarðarinnar, so at øll jørðin viðurkennir, at Guð er til í Ísrael, og til tess at allur hesin manngarður má sanna, at Harrin veitir ikki sigur við svørði ella spjóti; tí at orrustan er Harrans, og hann man geva tykkum upp í hendur okkara.» Tá ið nú Filistin gekk fram og nærkaðist Dávidi, skundaði Dávid sær og fór rennandi yvir at fylkingini móti Filistanum. Og Dávid tók hondina niður í pjøkan eftir steini og slongdi hann, og hann rakti Filistan beint í ennið, so steinurin fór inn í enni hans, og hann small í jørðina fram eftir rommum. Soleiðis vann Dávid sigur á Filistanum við sleingibandi og steini og feldi Filistan og drap hann, tó at hann einki svørð hevði í hendi. Síðan gjørdi Dávid sær renningarlop yvir at Filistanum, treiv um svørð hansara og dró tað úr slíðrunum og drap hann og høgdi høvdið av honum við tí. Tá ið Filistar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir. Ísraelsmenn og Júdamenn hildu nú aftan á Filistar, hevjaðu herróp og eltu teir alt at Gát og Ekrons borgarliði, so at Filistar lógu vignir eftir vegnum frá Sjáaráim til Gát og Ekron. Síðan vendu Ísraelsmenn aftur og eltu ikki longur Filistar, men fóru at ræna herbúðir teirra. Dávid tók høvur Filistans og flutti tað til Jerúsalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt. Tá ið Sául sá Dávid fara ímóti Filistanum, mælti hann við Ábner, herhøvdinga sín: «Hvørs sonur er hasin ungi maður?» Og Ábner svaraði: «So satt sum tú livir, kongur, eg veit tað ikki.» Tá mælti kongur: «Fregnast tú eftir, hvør hasin ungi maður er.» Men tá ið Dávid hevði felt Filistan og kom aftur, tók Ábner hann og leiddi hann fyri Sául; og hann hevði høvur Filistans í hendi. Og Sául spurdi hann: «Hvørs sonur ert tú, ungi maður?» Dávid svaraði: «Eg eri sonur tænara tíns, Ísai Betlehemita.»
Tá ið Dávid hevði endað samrøðu sína við Sául, legði Jónatan mikla ást við hann; og Jónatan elskaði Dávid eins og sjálvan seg. Og Sául tók hann til sín henda sama dag og loyvdi honum ikki at fara heim aftur til faðirs síns. Jónatan gjørdi fostbrøðralag við Dávid, av tí at hann unti honum eins og sjálvum sær. Og hann læt seg úr skikkju síni og gav Dávidi hana, ja, eisini herbúnað sín og svørð sítt og boga og belti. Og hvar Sául sendi hann í hernað, var hann happadrúgvur, tí setti Sául hann á odda fyri hermonnunum, og hann var væl umtóktur bæði av fólkinum og tænarum Sáuls. Men tá ið teir vóru á heimferð, eftir at Dávid hevði felt Filistan, komu konur úr øllum bygdum Ísraels syngjandi og dansandi út at fagna Sáuli kongi við glymskálum og fagnaðarrópum og søltrum. Og meðan tær tróðu dansin, sungu tær: «Sául vá síni túsund, men Dávid síni tíggju túsund!» Tá varð Sául ógvuliga vreiður, og hesi orð hugaðu honum illa, og hann mælti: «Dávidi geva tær tíggju túsund, men mær geva tær bert túsund; nú vantar honum einans kongsdømið.» Og frá teirri stund hevði Sául ringt eyga á Dávidi. Dagin eftir kom illur andi frá Guði yvir Sául, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid sló streingirnar, so sum hann var vanur á hvørjum degi. Men Sául hevði spjót í hendi; og hann reiggjaði tí í teirri ætlan at renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið; men Dávid brá sær tvær reisur undan honum. Tá fór Sául at ræðast Dávid, av tí at Harrin var við honum, men var vikin frá Sáuli. Tessvegna fekk hann hann burtur frá sær og setti hann til høvdinga yvir túsund; og hann fór í hernað og kom heim aftur á odda fyri herliðinum. Dávid var eydnuríkur í øllum, sum hann tók sær fyri, av tí at Harrin var við honum. Og tá ið Sául sá, hvussu eydnan fylgdi honum, varð hann ógvuliga ræddur fyri honum. Og allur Ísrael og Júda unti Dávid, tí at hann fór í hernað og kom heim aftur á odda fyri teimum. Sául mælti nú við Dávid: «Sí, her er Merab, elsta dóttir mín, hana vil eg geva tær til konu, um tú vilt roynast reystur maður og ganga undan í bardøgum Harrans.» Men Sául hugsaði: «Ikki eg vil leggja hond á hann; men Filistar skulu leggja hond á hann.» Tá mælti Dávid við Sául: «Hvør eri eg, hvat er ættargrein mín og faðirs míns í Ísrael, at eg skal verða mágur kongs?» Men tá ið tann stundin kom, at Dávid skuldi giftast Merab, dóttur Sáuls, varð hon givin Ádriel úr Mehóla til konu. Nú fekk Mikal, dóttir Sáuls, hug á Dávidi; og tá ið Sául frætti tað, dámdi honum tað væl. Tí at hann hugsaði: «Eg vil geva honum hana, til tess at hon kann verða honum snerra, so at hann fellur fyri Filistum.» Og Sául mælti við Dávid: «Á øðrum sinni verður tú í dag mágur mín.» Og Sául beyð tænarum sínum loyniliga at siga við Dávid: «Kongi dámar teg væl, og allir tænarar hansara unna tær; lat tær tí líka at verða mágur hansara.» Tænarar Sáuls bóru Dávidi hesi tíðindi; men Dávid svaraði: «Eru tað smámunir í eygum tykkara at verða mágur kongs? Eg eri jú fátækur og lítilsverdur maður.» Og tænarar Sáuls bóru honum boð um, hvat Dávid hevði svarað. Tá beyð Sául at mæla hesum orðum við Dávid: «Ikki leggur kongur í annan mund enn hundrað yvirhúðir av Filistum, so kongur á tann hátt má fáa hevnd yvir fíggindar sínar.» Men Sául hevði í kvittanum at lata Dávid falla fyri Filistahond. Tænarar hansara bóru nú Dávidi hesi orð, og Dávidi líkaði væl at verða mágur kongs. Síðan fór Dávid út við monnum sínum og drap tvey hundrað Filistar, og hann tók yvirhúðir teirra og flutti kongi tær allar samlar, til tess at hann kundi vera mágur hansara. Tá gav Sául honum Mikal, dóttur sína, til konu. Men tá ið Sául sá og skilti, at Harrin var við Dávidi, og at allur Ísrael unti honum, øktist ótti hansara fyri Dávidi. Og Sául hevði allar dagar ilt eyga á Dávidi. Men høvdingar Filistanna fóru út í hernað; og hvørja ferð teir fóru út, var Dávid happadrúgvari enn allir tænarar Sáuls, so at ágiti hansara frættist víða.
Sául talaði tá við Jónatan, son sín, og allar tænarar sínar um at taka Dávid av lívi; men Jónatan, sonur Sáuls, hevði miklan tokka til Dávid. Tí segði hann Dávidi frá hesum og mælti: «Sául, faðir mín, ætlar at taka teg av lívi; vara teg nú fyri honum í morgin ári, finn tær skjól og krógva teg væl. Men eg ætli mær út og skal standa undir liðini á faðir mínum á víðavangi har, sum tú ert; og eg ætli at tala við faðir mín um teg; um eg tá verði varur við nakað, skal eg siga tær frá tí.» Og Jónatan talaði alt gott um Dávid við Sául, faðir sín, og mælti: «Kongur má ikki gera synd við Dávid, tænara sín; tí at ikki hevur hann gjørt synd við teg, og av brøgdum hansara hevur tú havt mikið gagn. Og hann vágaði lívið og vá Filistan, og Harrin veitti av hansara ávum øllum Ísrael miklan sigur; tú sást tað sjálvur og gleddist; hví vilt tú nú gera synd við sakleyst blóð og fyri onga søk taka Dávid av lívi?» Og Sául lýddi Jónatani; og hann svór: «So satt sum Harrin livir, skal Dávid ikki verða tikin av lívi.» Tá kallaði Jónatan Dávid til sín og segði honum frá øllum hesum, og Jónatan leiddi Dávid til Sáuls, og hann var hjá honum eins og áður. Men ófriður gekk á av nýggjum, og Dávid helt í bardaga móti Filistum og vann miklan sigur á teimum, so at teir flýddu undan honum. Tá kom illur andi frá Guði yvir Sául; og meðan hann sat í húsi sínum við spjóti í hendi, og Dávid leikaði streingjaljóðførið, ætlaði hann at negla Dávid fastan í bróstið við spjótinum; men Dávid brá sær undan Sáuli, so at hann rendi spjótið í bróstið; men Dávid flýddi og komst undan. Tá sendi Sául á somu nátt ørindreka at húsi Dávids til tess at gæta hann og taka hann av lívi morgunin eftir; men Mikal, kona Dávids, segði honum frá og mælti: «Bjargar tú ikki lívi tínum í nátt, so verður tú dripin í morgin.» Tá læt Mikal Dávid síga niður uttan fyri gluggan, og hann flýddi og komst undan. Síðan tók Mikal húsgudin og legði hann í rekkjuna; og hon legði net av geitarhárum á høvdalagið og breiddi áklæði útyvir. Tá ið nú Sául sendi ørindrekar til tess at taka Dávid, segði hon: «Hann er sjúkur.» Tá sendi Sául menninar aftur at vitja Dávid og segði: «Berið mær hann higar á leguni, so at eg fái dripið hann.» Men tá ið ørindrekarnir komu hagar, sí, tá lá húsgudurin á leguni og geitarhársnetið yvir høvdalagnum. Tá mælti Sául við Mikal: «Hví hevur tú soleiðis svikið meg og hjálpt fígginda mínum burtur, so hann komst undan?» Mikal svaraði Sáuli: «Hann segði við meg: Hjálpir tú mær ikki burtur, drepi eg teg.» Og Dávid flýddi og komst undan; og hann kom til Sámuels í Ráma og segði honum frá øllum tí, sum Sául hevði gjørt móti sær; síðan fóru hann og Sámuel og tóku upp bústað í Nájot. Tá ið Sául frætti, at Dávid var í Nájot í Ráma, sendi hann sendimenn eftir Dávidi; men tá ið teir sóu profetaflokk í profetiskum gudmóði og Sámuel standa sum oddamann teirra, tá kom eisini andi Guðs yvir sendimenn Sáuls, so at eisini teir komu í profetiskan gudmóð. Tá ið Sául frætti hetta, sendi hann aðrar sendimenn; men eisini teir komu í profetiskan gudmóð. Síðan sendi hann uppaftur triðju ferð sendimenn avstað; men eisini hesir komu í profetiskan gudmóð. Tá fór Sául sjálvur til Ráma, og tá ið hann kom at brunninum við treskivøllin uppi á tí skógarleysa heygnum, spurdi hann, hvar Sámuel og Dávid vóru; og honum varð svarað: «Teir eru í Nájot í Ráma.» Hann fór tá haðan og helt leiðini til Nájot í Ráma; men tá kom eisini andi Guðs yvir hann, og hann gekk allan dagin í profetiskum gudmóði alt at Nájot í Ráma. Og eisini hann skræddi klæði síni av sær og var í profetiskum gudmóði frammi fyri Sámueli; og hann fell niður nakin og varð liggjandi allan dagin og alla náttina. Tí verður sagt: «Er eisini Sául millum profetanna?»
Men Dávid flýddi úr Nájot í Ráma og kom til Jónatans og mælti: «Hvat havi eg gjørt, og hvat er misgerð mín, og í hvørjum havi eg syndað móti faðir tínum, at hann liggur mær eftir lívinum?» Men hann svaraði honum: «Tað verður av ongum! Tú skalt ikki láta lív; sí, faðir mín ger jú einki hvørki stórt ella smátt uttan at siga mær frá; hví skuldi faðir mín tá loynt hetta fyri mær? Nei, einki er í hesum.» Men Dávid svaraði honum aftur og mælti: «Vissuliga veit faðir tín, at tú hevur góðan tokka til mín og hugsar við sær: Jónatan skal ikki vita av hesum, so eg ikki elvi honum sorg. Nei, so satt sum Harrin livir, og tú livir: millum mín og deyðans er eittans fótafet.» Tá segði Jónatan við Dávid: «Alt, sum hugur tín stundar á, vil eg gera fyri teg.» Og Dávid segði við Jónatan: «Sí, í morgin er sólkomudagur, og eg skal sita til borðs við kongi; hjálp mær tí burtur, so at eg fái krógvað meg á víðavangi til kvølds. Um faðir tín tá saknar meg, skalt tú siga: Dávid bað sær loyvi av mær at renna heim til Betlehem, heimbygd sína, av tí at øll ætt hansara har skal ofra árliga sláturoffur sítt. Sigur hann tá: Tað er gott, tá er tænari tín ekkaleysur, men verður hann illur, tá skalt tú vita, at hann hevur sett sær fyri at gera okkurt ilt. Sýn mær nú kærleika, av tí at tú fyri ásjón Harrans hevur latið meg ganga í fostbrøðralag við teg. Og havi eg gjørt misgerð, tá tak meg sjálvur av lívi; hví skalt tú leiða meg fyri faðir tín?» Jónatan svaraði: «Hugsa ikki so; tí, um eg hevði varhugan av, at faðir mín ráddi av ilskuráð móti tær, mundi eg so ikki sagt tær frá tí?» Tá segði Dávid við Jónatan: «Men hvør man siga mær frá, um faðir tín svarar tær illa?» Men Jónatan segði við Dávid: «Kom, vit skulu fara út á víðavang.» Teir fóru tá báðir út á víðavang. Jónatan segði við Dávid: «Harrin, Ísraels Guð, veri vitni: Tá ið eg í morgin um hetta mundið havi fingið fregn av, hvat faðir mínum býr í huga, og havi sæð, at tú kanst vera ekkaleysur, man eg tá ikki senda tær boð og lata teg vita av tí? Harrin lati Jónatan gjalda tess bæði nú og framvegis, um faðir mín hevur ilt í huga móti tær, og eg lati teg ikki vita av og hjálpi tær burtur, so at tú kanst fara leið tína í friði! Og Harrin veri við tær, eins og hann hevur verið við faðir mínum. Og gævi at tú, um eg tá verði á lívi, sýndi mær miskunn Harrans. Og eri eg ikki longur á lívi, so lat tó ongantíð góðsku tína víkja frá ætt míni; og tá Harrin einaferð oyðir av jørðini allar fíggindar Dávids, gævi, at navn Jónatans tá ikki verður slitið upp við rót, men stendur við saman við húsi Dávids; og gævi, at Harrin krevur tað aftur úr hondum fígginda Dávids!» Og uppaftur gjørdi Jónatan Dávidi eið við teirri ást, sum hann hevði lagt við hann; tí at hann unti honum av heilum huga. Jónatan segði nú við hann: «Í morgin er sólkomudagur, tá verður tú saknaður, tá ið sessur tín stendur tómur. Men á triðja degi verður tú nógv saknaður; far tá á tann stað, har tú krógvaði teg tann dagin, tá ið illgerðin var í umbúna, og sessast við heyggin har, so skal eg á triðja degi skjóta ørv eftir honum, eins og eg skeyt til máls. Og eg skal senda sveinin at leita eftir ørvini; um eg tá sigi við sveinin: Sí, ørvin liggur hesumegin teg, far og tak mær hana! Tá mást tú koma heim, tí at tá kanst tú vera ekkaleysur og hevur einki at óttast fyri, so satt sum Harrin livir. Men sigi eg við sveinin: Ørvin liggur hinumegin teg, longur burturi, tá far til gongu, tí at tá vil Harrin, at tú skalt rýma. Men viðvíkjandi tí, sum tú og eg hava talað um saman, skal Harrin vera vitni millum mín og tín um allar ævir.» Tá fjaldi Dávid seg úti á víðavangi; og tá sólkomudagurin kom, fór kongur til borðs at fáa sær. Kongur settist í sessin, har hann var vanur at sita, í sessin við bróstið; men Jónatan sat beint yvir av honum, og Ábner sat undir liðini á Sáuli; men sessurin hjá Dávidi stóð tómur. Sául segði einki tann dagin, tí at hann hugsaði: Hetta man vera av tilvild; hann er ikki reinur, av tí at hann hevur ikki latið reinsa seg. Men tá ið sessur Dávids eisini stóð tómur dagin eftir sólkomudagin, spurdi Sául Jónatan, son sín: «Hví hevur sonur Ísai hvørki í gjár ella í dag verið við borðið?» Jónatan svaraði Sáuli: «Dávid bað meg um loyvi at fara til Betlehem. Hann segði: «Loyv mær at fara, tí at vit ætla at halda ættaroffur har í staðinum, og brøður mínir hava boðið mær við; um tær tykir tokka í mær, tá loyv mær at fara, so eg fái vitjað skyldfólk mítt.» Tessvegna hevur hann ikki verið við kongsins borð.» Tá kveiktist vreiði Sáuls móti Jónatani, og hann segði við hann: «Tú sonur av treiskum kvendi! Man eg ikki vita, at tú ert vinur við son Ísai til skemdar bæði fyri teg og fyri blygd móður tínar! Tí at alla ta stund, ið sonur Ísai er til á foldum, manst tú og kongsdømi títt ikki verða í trygdum. Far tí eftir honum og fá mær hann, tí at lívið skal hann láta!» Men Jónatan svaraði faðir sínum og mælti: «Hví skal hann láta lív? Hvat hevur hann gjørt?» Men Sául reiggjaði spjótinum og ætlaði at kasta eftir honum; tá skilti Jónatan, at faðir hansara av álvara hevði rátt av at drepa Dávid. Og Jónatan fór frá borði í øðini og neyt heldur ongan mat annan sólkomudag, tí at hann harmaðist um Dávid, av tí at faðir hansara hevði háðað hann. Morgunin eftir fór Jónatan út á víðavang á teirri stund, ið hann og Dávid høvdu rátt av; og ungur sveinur var við honum. Tá mælti hann við svein sín: «Renn og finn mær ørvina, sum eg ætli at skjóta!» Sveinurin tók at renna; men hann skeyt ørvina fram um hann. Tá ið sveinurin kom fram at tí staði, har ørvin lá, ið Jónatan hevði skotið, rópaði Jónatan aftan á hann og segði: «Ørvin liggur hinumegin teg, longur burturi!» Og Jónatan rópaði aftur aftan á sveinin: «Renn skundisliga, steðga ikki!» Og sveinur Jónatans tók ørvina og bar hana aftur til harra síns. Men sveinurin visti einki um nakað; eina Jónatan og Dávid vistu, hvat hetta hevði at týða. Síðan fekk Jónatan sveini sínum vápn síni og segði við hann: «Ber tey heim til bíggjar.» Men tá ið sveinurin var farin, kom Dávid upp undan heygnum og fell til jarðar fram á ásjón sína og lútaði tríggjar ferðir; og teir myntust hvør við annan og grótu saman, til Dávid tók at stórgráta. Tá mælti Jónatan við Dávid: «Far í friði! Viðvíkjandi tí, sum vit báðir hava svorið hvør øðrum í navni Harrans, skal Harrin vera vitni millum mín og tín, millum mína eftirkomara og tína um ævir.» Síðan helt Dávid leið síni, og Jónatan fór inn aftur í borgina.
Dávid fór nú haðan og komst undan í Ádullam-hellið; og tá ið brøður hansara og alt hús faðirs hansara frættu tað, komu teir hagar oman til hansara. Og allir neyðstaddir menn og allir, sum vóru í skuld, og allir beisklyndir menn tyrptust um hann; og hann var høvdingi teirra; tað vóru okkurt um fýra hundrað mans, ið bundu felag við hann. Haðan fór Dávid til Mizpe í Móab; og hann segði við Móabs kong: «Loyv faðir mínum og móður míni at vera her hjá tær, til eg fái kunnleika um ætlan Guðs við mær.» Síðan læt hann tey vera eftir hjá Móabs kongi; og hjá honum búðu tey alla ta tíð, sum Dávid var í fjallavirkinum. Tá segði Gád profetur við Dávid: «Tú skalt ikki verða verandi í fjallavirkinum, men far tær aftur til Júdalands.» Dávid fór tá haðan og kom til Jáar-Heret. Nú frætti Sául, at Dávid og teir menn, ið við honum vóru, vóru aftur í aftur komnir. – Sául sat tá í Gibeu undir támarisktrænum á heygnum við spjóti sínum í hendi; og allir tegnar hansara stóðu kring hann. Tá mælti Sául við tegnar sínar, ið kring hann stóðu: «Hoyrið, tit Benjaminitar! Man sonur Ísai eisini geva tykkum øllum akrar og víngarðar og seta tykkum allar sum høvdingar yvir túsund og høvdingar yvir hundrað, at tit allir hava svorið tykkum saman ímóti mær og eingin sagt mær frá, at sonur mín gekk í stallbrøðralag við son Ísai; og ongum tykkara hevur tókt synd í mær og sagt mær frá, at sonur mín hevur elvt tegni mínum til fíggindskapar móti mær, eins og nú er hent?» Tá tók Dóeg Edómiti, ið stóð har millum tegna Sáuls, til orða og mælti: «Eg sá son Ísai koma til Nób til Áhimeleks Áhitubssonar; og hann leitaði um ráð hjá Harranum fyri hann og gav honum ferðavistir; og svørð Góliats Filista fekk hann honum.» Tá sendi kongur boð eftir prestinum Áhimeleki Áhitubssyni og øllum frændaliði hansara, prestunum í Nób; og teir komu allir á fund kongs. Og Sául mælti: «Hoyr tú Áhitubssonur!» Hann svaraði: «Her eri eg, harri mín!» Og Sául segði við hann: «Hví hava tit, tú og sonur Ísai, svorið tykkum saman móti mær, so at tú gavst honum breyð og svørð og leitaði um ráð hjá Guði fyri hann til tess at elva honum til fíggindskapar móti mær, eins og nú er hent?» Áhimelek svaraði kongi og mælti: «Hvør er millum allar tænarar tínar trúgvur sum Dávid, mágur kongs, høvdingi fyri verndarliði tínum og háttvirdur í hirð tíni? Er hetta fyrsta ferð, eg havi leitað um ráð hjá Guði fyri hann? Nei, minni enn so! Kongur má ikki saka tegn sín og alt frændalið mítt; tí at tegnur tín visti als einki um alt hetta.» Men kongur mælti: «Tú skalt láta lív, Áhimelek, tú og alt frændalið títt!» Og kongur segði við hirðmenn sínar, ið hjá honum stóðu: «Komið higar og drepið prestar Harrans; tí at eisini teir hava hjálpt Dávidi; tí tó at teir vistu, at hann flýddi, søgdu teir mær kortini ikki frá tí!» Men tegnar kongs vildu ikki leggja hond á prestar Harrans. Tá mælti kongur við Dóeg: «Kom tú higar og drep prestarnar.» Og Dóeg Edómiti gekk fram og hjó til prestarnar og drap á tí degi áttati og fimm mans, ið bóru akul. Og prestabygdina Nób oyddi hann við svørði og jarðlegði bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, bæði stórdýr, asnar og smalur. Bert ein av sonum Áhimeleks Áhitubssonar, Ebjatar nevndur at navni, komst undan; hann flýddi og fór upp í lið Dávids. Ebjatar segði nú Dávidi frá, at Sául hevði myrt prestar Harrans. Tá segði Dávid við Ebjatar: «Eg visti tað beinanvegin, at tá ið Dóeg Edómiti var har, mundi hann fara at siga Sáuli frá øllum. Eg eina eri sekur í lívláti frændaliðs tíns. Men ver nú hjá mær og óttast ikki, tí at tann, sum vil týna tær av lívi, vil eisini týna mær av lívi, tí at nú ert tú í míni varðveitslu.»
Dávid fekk nú tey tíðindi, at Filistar kringsettu Ke'ilu, og at teir rændu treskivøllirnar. Tá spurdi Dávid Harran og mælti: «Eigi eg at fara at berjast móti hesum Filistum?» Og Harrin svaraði: «Far og jarðlegg teir og frels Ke'ilu!» Men menn Dávids søgdu við hann: «Sum er, liva vit í ótta; hvussu kunnu vit tá fara til Ke'ilu ímóti fylkingum Filista?» Og Dávid spurdi tá uppaftur Harran, og Harrin svaraði honum og mælti: «Far á føtur og halt oman til Ke'ilu, tí at eg man geva tær Filistar upp í hendur.» Síðan hildu Dávid og menn hansara ferðini til Ke'ilu, og hann herjaði á Filistar og rak fenað teirra burtur og elvdi teimum mikið mannfall. Soleiðis bjargaði Dávid teimum, sum búðu í Ke'ilu. Ebjatar Áhimeleksson, sum var flýddur til Dávids og hevði havt akulin við, hann var nú við í ferðini til Ke'ilu. Men tá ið Sául frætti, at Dávid var komin til Ke'ilu, mælti hann: «Nú hevur Guð givið mær hann upp í hendur; tí at hann hevur sjálvur byrgt seg inni við at fara inn í borg, sum hevur lið og lokur.» Og hann beyð út øllum herliði sínum í hernað til tess at fara til Ke'ilu at kringseta Dávid og menn hansara. Men tá ið Dávid frætti, at Sául legði upp ilskuráð, beyð hann Ebjatari presti at koma við aklinum. Og Dávid mælti: «Harri, Ísraels Guð: Tænari tín hevur hoyrt fyri satt, at Sául ætlar sær til Ke'ilu til tess at oyða borgina vegna mín. Munnu nú menninir í Ke'ilu geva meg upp í hendur hansara? Man Sául koma, sum tænari tín hevur hoyrt? Harri, Ísraels Guð, kunnger tænara tínum hetta!» Og Harrin svaraði: «Ja, hann fer at koma.» Og Dávid mælti: «Munnu menninir í Ke'ilu fara at geva meg og menn mínar upp í hendur Sáuls?» Og Harrin svaraði: «Ja, tað fara teir at gera.» Tá legði Dávid avstað við monnum sínum, úti við seks hundrað mans; teir rýmdu úr Ke'ilu og fjakkaðu um á villum vegum; men tá ið Sául frætti, at Dávid hevði bjargað sær burtur úr Ke'ilu, lætti hann av herferðini. Dávid tók nú upp bústað sín í oyðimørkini í fjallavirkjunum og búði í fjøllunum í Zif reyninum. Og Sául royndi eftir honum alla ævi sína, men Guð gav hann ikki upp í hendur hansara. Og Dávid var ógvuliga ræddur, av tí at Sául royndi at taka hann av lívi. Og Dávid var í Zif reyninum í Hóresj. Tá fór Jónatan, sonur Sáuls, til Dávids í Hóresj og dirvdi hann í Guði; hann segði við hann: «Óttast ikki, tí at ikki man hond Sáuls, faðirs míns, røkka tær; tú verður kongur yvir Ísrael, og eg verði tá at ganga tær næstur. Eisini Sául, faðir mín, veit hetta fullvæl.» Teir gjørdu tá báðir sáttmála fyri ásjón Harrans. Og Dávid varð verandi í Hóresj, meðan Jónatan fór heimaftur. Tá komu Zifitar niðan til Sáuls í Gibeu og søgdu: «Veitst tú ikki, at Dávid krógvar seg hjá okkum í fjallavirkjunum við Hóresj í Gibeat-Hákila fyri sunnan reynið? Nú skal kongur koma hagar, so sum hann leingi hevur tráað eftir; so skulu vit geva hann upp í hendur kongs.» Tá svaraði Sául: «Signaðir veri tit av Harranum fyri tað, at tykkum hevur tókt synd í mær! Farið nú og haldið við at gæta hann og hyggið eftir, hvar hann vitjar á sínum skundisligu ferðum; tí tað hevur verið mær sagt, at hann skal vera ógvuliga snúgvin. Njósnist nú og fregnist um allar staðir, har hann kann krógva seg, og komið so aftur til mín við vissari fregn; so skal eg koma við tykkum; og er hann tá í landinum, skal eg leita hann upp í øllum túsundum Júda.» Teir fóru nú heim aftur til Zif undan Sáuli. Men Dávid og menn hansara vóru í Máon oyðimørk á slættanum fyri sunnan reynið. Og Sául og menn hansara løgdu út at leita eftir honum; men tá ið Dávid fekk varhugan av hesum, fór hann at hamrinum, sum er í Máon oyðimørk. Og tá ið Sául hoyrdi tað, elti hann Dávid inn í Máon oyðimørk. Sául og menn hansara gingu nú øðrumegin fjallið og Dávid og menn hansara hinumegin, og Dávid komst við neyð og deyð undan Sáuli. Men tá ið Sául og menn hansara skuldu kringseta Dávid og menn hansara til tess at taka teir á hondum, tá kom í sama bili ørindreki til Sáuls og mælti: «Kom, ver skjótur, tí at Filistar ráðast á landið!» Sául gavst tá at elta Dávid og fór móti Filistum; av tí verður tann staðurin nevndur Skilnaðarklettur.
Dávid rýmdi haðan og hølaðist í fjallavirkjunum í En-Geddi. Men tá ið Sául kom aftur av herferð móti Filistum, fekk hann hesi tíðindi: «Sí, Dávid er í En-Geddi oyðimørk.» Tá tók Sául trý túsund mans av valaliði úr øllum Ísrael og legði út at leita eftir Dávidi og monnum hansara eysturi í Steingeitahomrum. Og hann kom fram at seyðabyrgjunum við vegin; har var helli, sum Sául fór inn í at hylja føtur sínar. Men innast á botni í hellinum sat Dávid við monnum sínum. Tá søgdu menn Dávids við hann: «Nú er dagurin komin, ið Harrin talaði um við teg: Sí, eg man geva tær fígginda tín upp í hendur og far við honum, sum tær líkar best.» Men hann svaraði monnum sínum: «Harrin lati tað vera mær fjart at gera tílíka gerð; nei, eg leggi ikki hond á hann, ið Harrin hevur salvað; tí at Harrans salvaði er hann.» Og hann hevði harðliga at monnum sínum og loyvdi teimum ikki at gera seg inn á Sául. Tá reis Dávid upp og skar loyniliga skeyt av skikkju Sáuls; men aftaná tók samvitskan at órógva hann, vegna tess at hann hevði skorið skeyt av skikkju Sáuls. Men tá ið Sául var farin út úr hellinum og var farin avstað, fór Dávid eisini út úr hellinum aftan á hann og rópaði á Sául: «Harra kongur!» Og tá ið Sául leit aftur um seg, bendi Dávid andlit sítt til jarðar og lútaði honum. Og Dávid mælti við Sául: «Hví fert tú eftir illmælisorðum teirra, ið siga: Dávid leggur upp ilskuráð ímóti tær? Í dag hevur tú sæð við egnum eygum, at Harrin gav teg upp í hendur mínar í hellinum; kortini vildi eg ikki taka teg av lívi, men várkunnaði tær og hugsaði við mær: Ikki skal eg leggja hond á harra mín; tí at Harrans salvaði er hann. Hygg her, faðir! hygg at skeytinum av skikkju tíni í hond míni! Tí at av tí, at eg skar hetta skeyt av skikkju tíni og drap teg ikki, mást tú duga at skyna á og skilja, at mær býr ikki ilska og svik í huga, og at eg havi ikki syndað móti tær. Men tú stundar á at taka meg av lívi. Harrin dømi millum mín og tín, og Harrin hevni meg á teg; ikki skal eg leggja hond á teg. Eins og hitt forna orðafellið sigur: Ilt nýtst av illum. – Nei, ikki skal eg leggja hond á teg. Hvønn eltir Ísraels kongur, hvørjum søkir tú at? Deyðum hundi! Einari loppu! Harrin veri dómari og dømi okkara millum; hann gæti og verji mál mítt og veiti mær sigur á tær í rættinum!» Men tá ið Dávid hevði mælt hesi orð, tá rópaði Sául: «Dávid, sonur mín, er hetta ikki rødd tín?» og Sául skar í grát; og hann segði við Dávid: «Tú ert rættvísari enn eg; tí at tú hevur gjørt mær gott; men eg havi gjørt tær ilt. Í dag hevur tú økt mikið um alt tað góða, ið tú hevur gjørt mær, við tað at tú ikki drapst meg, tá ið Harrin hevði givið meg upp í hendur tínar, tí at hvør hittir fígginda sín og letur hann fara leið sína í friði? Harrin samsýni tær tað góða, ið tú hevur gjørt ímóti mær í dag! Og nú veit eg, at tú verður kongur, og at kongsdømi Ísraels verður trygt í tínum hondum. Tí skalt tú svørja mær við Harran, at tú ikki oyðir út eftirkomarar mínar og ikki strikar út navn mítt úr ætt faðirs míns!» Tá ið Dávid hevði gjørt Sáuli henda eið, fór Sául heim til sín sjálvs, meðan Dávid og menn hansara fóru niðan aftur í fjallavirkið.
Tá ið Sámuel var deyður, savnaðist allur Ísrael og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í húsi hansara í Ráma. Síðan fór Dávid oman í Máonoyðimørk. Men í Máon var maður, ið hevði búgv sítt á Karmel; hann var ógvuliga ríkur og átti trý túsund seyðir og túsund geitir. Um tað leitið var hann á várfjalli á Karmel. Hesin maður æt Nábal og kona hansara Ábigáil; hon var vitug kona og fríð í ásjón; men maðurin var harður og illur í sær. Hann var av Kálebs ætt. Tá ið Dávid úti í oyðimørkini fekk fregn um, at Nábal var á várfjalli, sendi hann tíggju av sveinum sínum avstað og segði við teir: «Farið niðan á Karmel á fund Nábals og berið honum kvøðu mína; og soleiðis skulu tit siga við hann: Heilur og sælur veri tú, og heilt og sælt veri alt, sum tú eigur! Eg havi hoyrt, at tú ert á fjalli í áseyðaroyting. Og seyðamenn tínir hava verið við okkum, og ikki hava vit gjørt teimum nakað mein, og ikki hava teir saknað nakað alla ta tíð, sum teir hava verið á Karmel – spyr tú sveinar tínar, og munnu teir siga tær tað sama – tí vóni eg, at sveinarnir verða væl fagnaðir av tær. Vit koma jú á fagnaðardegi; gev tí trælum tínum og Dávidi, syni tínum, tað, ið er tær fyri hendi.» Tá ið sveinar Dávids komu á fund Nábals, søgdu teir honum øll hesi orð í navni Dávids og bíðaðu síðan kvirrir. Men Nábal svaraði sveinum Dávids og mælti: «Hvør er Dávid, og hvør er sonur Ísai? Mangir eru trælirnir nú á døgum, ið fara millum mála. Eigi eg at taka breyð mítt og vín mítt og sláturfæ mítt, sum eg havi slátrað fjallmonnum mínum, og geva tað monnum, ið eg ikki kenni so mikið, at eg veit, hvaðan teir eru?» Tá hildu sveinar Dávids ferðini heim aftur og komu og bóru honum øll hesi tíðindi. Men Dávid mælti við menn sínar: «Gyrðið tykkum nú allir svørði!» Og teir gyrdu seg hvør sínum svørði, og eisini Dávid gyrdi seg svørði sínum. Síðan fóru teir niðan við Dávidi á odda, um fýra hundrað mans, meðan tvey hundrað vórðu eftir hjá viðførinum. Men ein av sveinum Nábals segði Ábigáil, konu hansara, frá hesum og mælti: «Sí, Dávid sendi úr oyðimørkini ørindasveinar við kvøðu til húsbónda okkara; men hann háðaði teir, tó at hesir menn hava roynst okkum góðir í ávikum og ikki sýnt okkum nakrar ósømdir; og einki vit saknaðu alla ta tíð, vit vóru í námindu teirra, meðan vit fjakkaðu um hagarnar. Ein verndargarður hava teir verið okkum bæði um nætur og dagar alla ta tíð, vit goymdu at smalum í námindu teirra. Nú mást tú vera skilagóð og hyggja væl eftir, hvat tú eigur at gera; tí at nú er húsbónda okkara og øllum húsi hansara ógæva búgvin; men hann er tílíkt bølmenni, sum ikki talast við.» Ábigáil tók tá skundisliga tvey hundrað breyð og tveir bjølgar við víni, fimm tilgjørdar seyðir og fimm seur av svidnum korni, eitt hundrað vínberjakøkur og tvey hundrað fikukøkur og legði tað á asnarnar. Og hon mælti við sveinar sínar: «Farið undan mær, eg komi aftan á tykkum.» Men Nábali, manni sínum, segði hon einki um hetta. Og sum hon nú á asna sínum reið oman líðina í lívd av fjallinum, komu Dávid og menn hansara oman ímóti henni, so at hon kom beint á teir. Men Dávid hevði sagt: «Til einkis havi eg varðveitt alt tað, sum hasin maðurin átti í oyðimørkini, so at einki av øllum hansara fórst; men hann hevur lønt mær tað góða við illum. Guð lati Dávid gjalda tess bæði nú og framvegis, um eg av øllum tí, sum hann eigur, lati nakað livandi mannkyn verða eftir, tá ið roðar fyri sól!» Tá ið Ábigáil bar eyga við Dávid, fór hon skundisliga niður av asnanum, fell fram eftir grúgvu fyri Dávidi og neig til jarðar; og hon fell honum til kníggja og mælti: «Harri mín, á mær eina hvílir søkin; men loyv mær, trælkonu tíni, at tala til tín og lýð á orð trælkonu tínar! Harri mín má ikki leggja lag í hatta bølmennið Nábal; tí at av rættum ber hann navn sítt: Nábal eitur hann, og dári er hann; men eg, trælkona tín, sá ikki sveinarnar, ið tú, harri mín, sendi higar. Og nú, harri mín, so satt sum Harrin livir, og so satt sum tú livir, ið Harrin hevur aftrað frá at hella út blóð og sjálvur hevna tín, so satt munnu farast eins og Nábal allir fíggindar tínir og allir, ið eru vándir í ráðum móti harra mínum. Men fá nú sveinunum, ið við tær eru, hesa vinargávu, ið trælkona tín er komin við til harra sín. Og fyrigev nú trælkonu tíni hesa misgerð; tí at Harrin man vissuliga reisa harra mínum hús, ið ikki skal vikast, av tí at harri mín gongur undan í bardøgum Harrans, og ilskuráð ikki hava verið funnin í tær alla ævi tína. Og reisir onkur seg til tess at søkja at tær og taka teg av lívi, gævi at lív harra míns tá má vera bundið upp í bundi hinna livandi hjá Harranum, Guði tínum; men lív fígginda tína sleingi hann burtur við sleingibandinum. Og tá ið Harrin eina ferð fær veitt tær alt tað góða, ið hann hevur heitt tær, og hevur skipað teg til høvdinga yvir Ísrael, tá verður hetta tær ikki til iðranar og harra mínum til samvitskuófriðar, at hann fyri onga søk helti út blóð, og sjálvur hevndi sín. Og tá ið Harrin ger væl móti tær, tá minst tú trælkonu tína.» Tá mælti Dávid við Ábigáil: «Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, og signað veri hyggja tín, og signað veri tú sjálv, sum henda dag hevur aftrað meg frá at úthella blóð og sjálvur hevna mín. Men so satt sum Harrin, Guð Ísraels, livir, ið hevur aftrað meg frá at gera tær ilt: Vart tú ikki komin so skjótt á fund mín, skuldi fyri sólarris ikki mannkyn verið eftir hjá Nábali!» Dávid tók nú við tí, sum hon hevði við til hansara og mælti við hana: «Far nú heim aftur í friði; eg havi lýtt á teg og veiti tær bøn tína.» Tá ið Ábigáil kom heim aftur til Nábals, tá helt hann veitslu í húsi sínum, eins og var tað kongaveitsla; og hann var kátur og væl hýrdur og illa drukkin; tessvegna segði hon honum ongum frá, fyrr enn í lýsingini morgunin eftir. Og um morgunin, tá ið runnið var av Nábali, segði kona hansara honum øll hesi tíðindi; tá doyði hjartað í brósti hansara, og hann varð sum steinurin. Og okkurt um tíggju dagar seinni sló Harrin Nábal, so at hann doyði. Tá ið Dávid frætti, at Nábal var deyður, mælti hann: «Lovaður veri Harrin, ið hevur hevnt misbjóðing mína aftur á Nábal og aftrað hevur tænara sín frá illum! Ilsku Nábals hevur Harrin latið koma yvir hann sjálvan.» Síðan sendi Dávid bønarorð til Ábigáilar um at fáa hana til konu. Og tá ið tænarar Dávids komu til Ábigáilar í Karmel, mæltu teir hesum orðum við hana: «Dávid hevur sent okkum til tín at bera upp bønarorð.» Tá reis hon og neig til jarðar og mælti: «Trælkona tín er albúgvin at gerast tænastukona tín til tess at tváa føturnar á tænara harra míns.» Og Ábigáil brá sær skundisliga á asnabak og fylgismoyggjar hennara fimm, ið við henni skuldu fara; og hon fór avstað við ørindasveinum Dávids og varð kona hansara. Dávid hevði eisini fingið sær Áhinoam úr Jizreel til konu, og soleiðis vórðu tær báðar konur hansara. Men Mikal, dóttur sína – konu Dávids – hevði Sául givið Palti Lájisjsyni úr Gallim.
Men Dávid hugsaði við sjálvum sær: «Einhvønn dag verði eg at lúta fyri Sáuli; tí er ikki annað til ráða at taka enn at bjarga sær inn í Filistaland; tá gevst Sául at elta meg um alt Ísraels land, og eg komist tá undan honum.» Síðan búðist Dávid til ferðar og fór við seks hundrað monnum yvir at gista Ákisj Máoksson, kongin í Gát. Og Dávid tók upp bústað sín hjá Ákisji í Gát, bæði hann og menn hansara hvør við sínum húski, Dávid við báðum konum sínum: Áhinoam úr Jizreel og Ábigáil, konu Nábals á Karmel. Tá ið Sául frætti, at Dávid var flýddur til Gáts, gavst hann at leita eftir honum. Men Dávid segði við Ákisj: «Havi eg vunnið yndi títt, tá gev mær einahvørja avbygd at búgva í, tí at hví skal trælur tín búgva hjá tær í høvuðsborgini?» Ákisj fekk honum tá sama dag Ziklag; tí eiga Júdakongar Ziklag enn í dag. Og Dávid búði í Filistalandi í eitt ár og fýra mánaðir. Men Dávid og menn hansara fóru herferð og gjørdu áræsur á Gesjuritar og Gizritar og Ámalekitar; tí at hesir búðu har í landinum allan vegin frá Telam til Sjúr og Egyptalands. Og hvørja ferð Dávid gjørdi herferð í hesi lond, læt hann hvørki mann ella konu vera eftir á lívi, men smalur og stórdýr, asnar, kamelar og klæði tók hann við sær; og tá ið hann kom heim aftur til Ákisjar, var Ákisj vanur at spyrja hann: «Hvar hevur tú rænt í dag?» Tá svaraði Dávid: «Sunnantil í Júda; á suðurlandi Jerameelita, ella: á suðurlandi Kenita.» Dávid læt hvørki mann ella konu vera eftir á lívi, av tí at hann hugsaði við sær: Tey skulu ikki koma til Gáts og siga: Soleiðis og soleiðis hevur Dávid gjørt. Hetta var siður hansara alla ta tíð, sum hann búði í Filistalandi. Og Ákisj trúði Dávidi og hugsaði við sær: «Nú hevur hann so ringt ágiti hjá tjóð síni, Ísrael, at hann verður verandi í tænastu míni allar tíðir.»
Um tað leitið savnaðu Filistar aftur her sín til bardaga móti Ísrael. Og Ákisj mælti við Dávid: «Vita skalt tú, at bæði tú og menn tínir verða at fara við mær í hernaðin.» Dávid svaraði Ákisji: «Tá skalt tú fáa at síggja, hvat tænari tín kann útinna!» Og Ákisj mælti við Dávid: «Ja, ja! So seti eg teg at gæta lívi mínum alla ævi!» Sámuel var tá deyður, og allur Ísrael hevði syrgt hann og jarðað hann í Ráma, heimbygd hansara. Men Sául hevði rikið av landinum allar, ið fingust við at mana og ganda. Tá ið nú Filistar høvdu savnast saman, komu teir og settu herbúðir sínar í Sjúnem. Og Sául savnaði allan Ísrael og setti herbúðir sínar í Gilboa. Men tá ið Sául sá herlið Filista, ræddist hann, og dirvi tók at bila honum. Sául royndi nú at leita ráð við Harran; men Harrin svaraði honum ikki, hvørki við dreymum, lutakasti ella við profetum. Tá mælti Sául við tænarar sínar: «Finnið mær konu, ið dugir at mana, so skal eg fara til hennara at spyrja hana.» Tænarar hansara svaraðu honum: «Í En-Dór er kona, ið dugir at mana.» Tá gjørdi Sául seg torkendan, læt seg í onnur klæði og fór so avstað við tveimum monnum; og tá ið teir á náttartíð komu til konuna, mælti hann: «Ganda nú og mana tann fram, ið eg nevni tær.» Men konan svaraði honum: «Tú veitst, hvat ið Sául hevur gjørt, hvussu hann hevur beint fyri øllum manarum og gandakøllum; hví vilt tú tó leggja hjálma fyri meg til tess at fáa meg av lívi?» Tá svór Sául henni dýran við Harran og mælti: «So satt sum Harrin livir, skal eingin søk koma yvir teg fyri hetta!» Tá mælti konan: «Hvønn skal eg mana tær upp?» Sául svaraði: «Sámuel skalt tú mana mær upp.» Tá hugdi konan gjøllari at Sáuli, skar í róp og mælti: «Hví hevur tú svikið meg! Tú ert jú Sául.» Men kongur segði við hana: «Óttast ikki, men hvat sært tú?» Konan svaraði Sáuli: «Eg síggi dreyg koma upp úr jørðini.» Og hann spurdi hana: «Hvussu er útsjónd hansara?» Og hon svaraði: «Gamal maður kemur upp, og hann er sveipaður í skikkju.» Tá skilti Sául, at tað var Sámuel; og hann lútaði og neig til jarðar fyri honum. Men Sámuel mælti við Sául: «Hví gert tú mær ónáðir og manar meg upp?» Sául svaraði: «Eg eri staddur í miklari trongd, tí at Filistar herja á meg, og Guð er vikin frá mær og svarar mær ikki meira hvørki við profetum ella í dreymum! Tí havi eg kallað á teg, til tess at tú sigur mær, hvat ið eg skal gera.» Tá svaraði Sámuel: «Hví spyrt tú meg, tá Harrin er frá tær vikin og er vorðin fíggindi tín? Harrin hevur jú gjørt ímóti tær, eins og hann beyð mær at kunngera. Harrin hevur tikið frá tær kongsvaldið og givið Dávidi tað, mótmanni tínum. Av tí at tú ikki lýddi rødd Harrans og ikki lætst bræði hans brenna móti Ámaleki, tessvegna hevur Harrin gjørt hetta móti tær í dag. Harrin gevur teg og Ísrael upp í hendur Filista; í morgin skulu bæði tú og synir tínir falla; eisini Ísraels her gevur Harrin upp í hendur Filista.» Tá kom ótti á Sául, og hann fell endilangur til jarðar, ræddur av orðum Sámuels; eisini var hann ørmaktaður, av tí at hann hevði ikki leskað mat allan dagin og alla náttina. Konan kom nú yvir at Sáuli, og tá ið hon sá, hvussu óttafullur hann var, segði hon við hann: «Sí, trælkona tín lýddi rødd tíni; eg vágaði lívið fyri at gera tað, sum tú beyðst mær. So lýð nú eisini tú rødd trælkonu tínar, et eitt sindur av tí mati, sum eg nú skal tilreiða tær, til tess at tú mást megnast til ferðar.» Men hann barst undan og mælti: «Eg vil ikki eta!» Men tá ið bæði menn hansara og konan strongdu á hann, eftirlíkaði hann teimum, reis upp av jørðini og settist upp undir seg á legu síni. Konan átti gøðingarkálv í húsinum; hann slátraði hon í bræði og tók mjøl og knoðaði og bakaði ósúrgað breyð. Síðan bar hon tað fyri Sául og menn hansara; og tá ið teir høvdu etið, fóru teir á føtur og hildu somu nátt avstað.
Filistar drógu nú saman alt lið sítt í Áfek, meðan Ísraelsmenn settu herbúðir sínar við kelduna í Jizreel. Høvdingar Filista gingu nú fram í hundraðflokkum og túsundflokkum; men Dávid og menn hansara komu síðstir saman við Ákisji. Tá mæltu høvdingar Filista: «Hví eru hesir Hebrear við?» Ákisj svaraði: «Hetta er jú Dávid, hirðmaður Sáuls, Ísraelskongs; úti við tvey ár hevur hann verið hjá mær, og eg havi einki ilt havt at bera honum frá teirri stund, hann gjørdist mín maður, og alt fram at hesum degi.» Men høvdingar Filista reiddust á hann og mæltu: «Lat henda mannin venda aftur; fari hann aftur á tann stað, ið tú gavst honum til bústaðar; ikki skal hann koma í bardagan við okkum, so at hann ikki í sjálvari orrustuni snýr sær móti okkum sum fíggindi! Við hvørjum kann hann betur vinna aftur tokka harra síns enn við høvdunum av hesum monnum? Er hetta ikki hin sami Dávid, ið kvøðið var um í dansinum: Sául síni túsund vá, Dávid síni tíggju túsund?» Tá sendi Ákisj boð eftir Dávidi og mælti við hann: «So satt sum Harrin livir, ert tú rættlátur, og mær hugar væl, at tú gongur út og inn við mær um herbúðirnar; tí at einki ilt havi eg havt at bera tær frá teirri stund, tú komst til mín, og alt fram at hesum degi; men høvdingunum dámar teg ikki. Far tí heim aftur í friði, so at tú ikki fert at gera nakað, ið mislíkar høvdingum Filista.» Tá svaraði Dávid Ákisji: «Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt hevur tú at bera mær frá teirri stund, eg gjørdist tín maður, og alt fram at hesum degi, at eg ikki má koma við í bardagan móti fíggindum harra míns, kongsins?» Ákisj svaraði Dávidi og mælti: «Tú veitst, at tú ert mær kærur eins og ein eingil Guðs; men høvdingar Filista siga: Hann má ikki koma við í bardagan! Búgvist nú snimma á morgni til ferðar, tú og menn harra tíns, ið við tær eru komnir higar, og farið aftur hagar, ið eg gav tykkum bústað; men hugsa einki ilt um meg; tí at tú ert mær væl toknaður. Í morgin, tá ið tekur at lýsa fyri degi, skulu tit fara leið tykkara.» Morgunin eftir snimma búðust Dávid og menn hansara til ferðar heim aftur í Filistaland; men Filistar fóru niðan í Jizreel.
Tá ið Dávid og menn hansara á triðja degi komu aftur til Ziklag, høvdu Ámalekitar herjað á suðurlandið og Ziklag, og teir høvdu vunnið Ziklag og brent hana av. Konurnar høvdu teir hertikið og alt, sum har var, bæði smátt og stórt; ongan høvdu teir dripið, men teir høvdu tikið tey við sær og vóru síðan farnir leiðir sínar. Tá ið nú Dávid og menn hansara komu til bíggjar, sí, tá var borgin øll uppbrend, og konur teirra og synir og døtur vóru hertikin. Tá skóru teir í grát, bæði Dávid og menn hans, og grótu teir, til teir ikki orkaðu meira. Eisini báðar konur Dávids, Áhinoam úr Jizreel og Ábigáil, kona Nábals í Karmel, vóru hertiknar. Tá var Dávid í miklum vanda vegna tess, at liðið ætlaði at steina hann; tí at menninir lótu allir illa vegna synir sínar og døtur; men Dávid leitaði sær styrki hjá Harranum, Guði sínum. Og hann segði við prestin Ebjatar Áhimeleksson: «Fá mær akulin!» Og Ebjatar fekk Dávidi hann. Tá spurdi Dávid Harran og mælti: «Skal eg halda aftan á henda ránsflokkin? Fái eg hann aftur?» Hann svaraði: «Halt aftan á hann; tí at tú skalt fáa hann aftur og bjarga fangunum.» Tá helt Dávid avstað og hinir seks hundrað menninir, ið við honum vóru; og tá ið teir komu at Besorløki, tóku teir, ið eftir skuldu vera, støðu har. Við fýra hundrað monnum helt tá Dávid áfram, meðan hinir tvey hundrað vóru eftir, sum fyri møði ikki vóru mentir at fara yvir um Besorløkin. Har úti á víðavangi komu teir fram á egyptiskan mann og fóru við honum til Dávids; og teir góvu honum mat og drekka; teir góvu honum eina fikukøku og tvær vínberjakøkur; og tá ið hann hevði etið, livnaði hann við aftur; tí at hann hevði hvørki bragdað vátt ella turt í trý samdøgur. Tá spurdi Dávid hann: «Hvør maður ert tú, og hvaðan ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri egyptiskur sveinur, trælur hjá einum Ámalekita; húsbóndi mín legði meg eftir her, tá ið eg fyri trimum døgum síðan varð sjúkur. Vit gjørdu herlop á hitt kretiska suðurlandið og landaøki Júda, somuleiðis á suðurland Kálebs; og Ziklag brendu vit upp.» Tá segði Dávid við hann: «Vilt tú vísa mær veg til henda ránsflokk?» Hann svaraði: «Svør mær við Guð, at tú hvørki vilt drepa meg ella lata meg í hendur húsbónda míns, tá skal eg vísa tær veg til henda ránsflokk.» Hann vísti teimum tá leið; og tá lógu teir spjaddir um allan vøllin og ótu og drukku og hildu veitslu av tí nógva herfongi, sum teir høvdu tikið úr Filistalandi og Júdalandi. Tá tók Dávid at jarðleggja teir frá lýsingini alt til kvølds; og eingin teirra komst undan uttan fýra hundrað sveinar, ið brugðu sær á kamelbak og flýddu. Soleiðis fekk Dávid aftur alt tað, sum Ámalekitar høvdu rænt; eisini báðum konum sínum bjargaði Dávid; har saknaðist einki, hvørki smátt ella stórt, hvørki herfongur ella synir ella døtur ella nakað av tí, sum teir høvdu rænt; alt hevði Dávid aftur við sær. Tá tóku teir allan smáfenaðin og øll neytini, róku tað fram fyri Dávid og søgdu: «Hetta er herfang Dávids.» Tá ið Dávid kom aftur til teir tvey hundrað menninar, sum fyri møði ikki høvdu orkað at fylgja Dávidi, og sum tí vóru eftir við Besorløk, tá komu teir ímóti Dávidi og monnunum, ið við honum vóru. Og Dávid gekk til menninar og heilsaði teimum. Men tá tóku til máls øll illmenni og allir níðingar, sum við Dávidi høvdu verið, og søgdu: «Aftur fyri at teir vildu ikki koma við okkum, skulu teir einki fáa av tí herfangi, sum vit hava bjargað, uttan tað at hvør maður fær konu sína og børn aftur; hetta mega teir taka heim við sær.» Men Dávid mælti: «Nei, soleiðis mega tit ikki gera nú, eftir tað at Harrin hevur verið okkum gávumildur og varðveitt okkum og givið okkum í hendur henda ránsflokk, ið leyp á okkum! Hvør man vera samsintur við tykkum í hesum? Nei, tann, ið við var í stríðnum, og tann, ið eftir var hjá viðførinum, teir skulu báðir fáa javnan lut; teir skulu býta sín ámillum!» Soleiðis varð bæði tann dagin og seinni; hann gjørdi hetta til skipan og lóg í Ísrael, so sum tað er enn í dag. Tá ið Dávid kom aftur til Ziklag, sendi hann hinum elstu í Júda, vinum sínum, av herfanginum við hesari orðsending: «Her er gáva til tykkara av tí herfangi, sum tikið er frá fíggindum Harrans.» Somuleiðis teimum í Betel, teimum í Rámot-Negeb, í Jattir, teimum í Árara, í Sifmot, í Esjtemoa, í Karmel, í borgum Jerameelita, í borgum Kenita, teimum í Horma, í Bor-Ásjan, í Átak, í Hebron og somuleiðis øllum hinum støðunum, har Dávid hevði farið við monnum sínum.
Filistar løgdu nú til orrustu við Ísrael; og Ísraelsmenn flýddu fyri Filistum, og mangir lógu vignir á Gilboa fjalli. Og Filistar eltu Sául og synir hans og feldu Jónatan, Ábinadab og Malkisjúa, synir Sáuls. Orrustan dundi nú kring um Sául; og tá ið ørvagarparnir raktu við hann, varð hann ógvuliga ræddur fyri teimum. Tá mælti Sául við skjaldsvein sín: «Bregð svørði tínum og renn tað gjøgnum meg, so at ikki hesir óumskornu koma at fara háðuliga við mær!» Men skjaldsveinurin tordi ikki, tí hann ræddist illa. Tá tók Sául sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað. Men tá ið skjaldsveinurin sá, at Sául var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði við honum. Soleiðis fylgdust teir allir á hesum degi í deyðan: Sául og synir hansara tríggir og skjaldsveinur hans og allir menn hans. Men tá ið Ísraelsmenn í borgunum í dalinum og við Jórdan frættu, at Ísraelsmenn vóru flýddir, og at Sául og synir hansara vóru falnir, rýmdu teir úr borgunum og flýddu, og Filistar komu og settust niður í teimum. Tá ið Filistar dagin eftir komu at ræna valin, komu teir fram á Sául og synir hansara tríggjar, ið lógu falnir á Gilboa fjalli. Teir høgdu høvdið av honum og rændu herklæði hansara; síðan lótu teir sendimenn fara um alt Filistaland til tess at flyta gudum sínum og fólkinum gleðitíðindini. Vápn hansara løgdu teir í hov Ástartu, men líkið hongdu teir upp á borgargarðin í Bet-Sjan. Men tá ið íbúgvarnir í Jábesj í Gilead frættu tað, ið Filistar høvdu gjørt við Sául, fóru allir vígførir menn avstað; og tá ið teir høvdu gingið alla náttina, tóku teir lík Sáuls og lík sona hansara niður av borgargarðinum í Bet-Sjan, høvdu tey aftur við sær til Jábesj og brendu tey har. Síðan tóku teir bein teirra og jarðaðu tey undir támarisktrænum í Jábesj og fastaðu í sjey dagar.
Tá ið Dávid eftir deyða Sáuls var afturkomin av herferðini móti Ámalekitum og hevði verið tveir dagar heima í Ziklag, kom á triðja degi maður úr herliði Sáuls; klæði hansara vóru skrædd, og hann hevði mold á høvdinum; og tá ið hann kom til Dávids, fell hann til jarðar og lútaði honum. Dávid spurdi hann: «Hvaðan kemur tú?» Hann svaraði honum: «Eg komst undan úr herbúðum Ísraels.» Dávid segði við hann: «Sig mær, hvussu tað hevur borist til.» Hann svaraði: «Fólkið flýddi úr orrustuni, og mannfallið var stórt; eisini Sául og Jónatan, sonur hansara, fullu.» Tá spurdi Dávid sveinin, ið flutti honum tíðindini: «Hvussu veitst tú, at Sául og Jónatan, sonur hansara, eru falnir?» Sveinurin, ið flutti honum tíðindini, svaraði: «Tað vildi so til, at eg kom niðan á Gilboa fjall, og sí, har stóð Sául og studdist við spjót sítt, meðan hervagnar og reiðmenn herjaðu á hann. Og tá ið hann nú snúði sær á, bar hann eyga við meg og rópaði á meg; og eg svaraði: «Her eri eg!» Og hann spurdi meg: «Hvør ert tú» Eg svaraði honum: «Eg eri Ámalekiti.» Tá segði hann við meg: «Kom higar og veit mær banasting; tí at krampi er komin á meg; men lívið er alt í mær.» Tá fór eg og gav honum banasting; tí at eg sá, at hann kom ikki at liva eftir ein slíkan ósigur; síðan tók eg krúnuna av høvdi hansara og ringin av armi hansara, og tey havi eg við til harra mín.» Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey sundur; á sama hátt gjørdu allir teir, ið hjá honum vóru. Og teir syrgdu og grótu og fastaðu til kvølds um Sául og Jónatan, son hansara, og um lið Harrans og hús Ísraels, av tí at teir vóru falnir fyri svørði. Og Dávid mælti við sveinin, ið flutti honum tíðindini: «Hvaðan ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri sonur Ámalekita, sum býr í útisetri.» Dávid segði við hann: «Óttaðist tú ikki at leggja hond á salvaða Harrans og taka hann av lívi?» Og Dávid rópaði ein av sveinunum til sín og segði: «Kom og jarðlegg hann!» Og hann gav honum banahøgg. Og Dávid segði við hann: «Blóð títt komi yvir teg sjálvan! Tí at muður tín hevur vitnað móti tær, tá ið tú mælti: Eg havi dripið salvaða Harrans.» Tá hevjaði Dávid hetta harmljóð um Sául og Jónatan, son hansara, ið allir Júdasynir eiga at duga, og sum ritað er í bók hinna rættlátu: «Prýði tín, Ísrael, liggur vigin á fjøllum tínum! Á, at hetjurnar fullu! Sigið ikki frá tí í Gát; latið ikki gleðiboð ljóða í Askalons gøtum, so at ikki døtur Filista fegnast, og døtur hinna óumskornu erpa sær! Gilboa fjøll, tit deyðans vøllir! Gævi hvørki døgg ella regn vætir tykkum aftur! Tí at har vórðu skildir kappanna vanvirðisliga tveittir, skjøldur Sáuls ósalvaður við smyrsli. Ongantíð kom bogi Jónatans aftur uttan við blóði av vignum og fiti av køppum. Ongantíð brá Sául svørði til einkis. Sául og Jónatan, ástríkir og yndisligir í lívinum, skiltust heldur ikki í deyðanum; fljótari enn ørnir vóru teir, reystari enn ljón. Ísraels døtur, grátið um Sául, ið skrýddi tykkum skarlaki yndisliga, hann, ið fegin festi gullskreyt á stakkar tykkara! Á, at hetjurnar fullu í stríðnum! Vegin á fjøllum tínum liggur Jónatan. Sáran eg syrgi teg, Jónatan bróðir! Kærur vart tú mær; undursom var mær ást tín, sælari enn kvinnutokki. Á, at hetjurnar fullu, at hervápnini fórust!»
Eftir hetta leitaði Dávid ráð við Harran og spurdi: «Eigi eg at fara niðan í einahvørja av borgunum í Júda?» Harrin svaraði honum: «Far niðan.» Og Dávid spurdi uppaftur: «Í hvørja skal eg fara?» Harrin svaraði: «Niðan í Hebron.» Dávid fór nú niðan hagar og við honum báðar konur hansara, Áhinoam frá Jizreel og Ábigáil, kona Nábals Karmelita. Og menninar, ið við honum vóru, tók hann niðan við sær og øll húski teirra, og teir tóku upp bústað sín í bygdunum nærindis Hebron. Tá komu Júdamenn hagar og salvaðu Dávid til kongs yvir Júdahúsi. Tá ið Dávid frætti, at Jábesjbúgvar í Gilead høvdu jarðað Sául, sendi hann boðberar til teirra og segði við teir: «Signaðir veri tit av Harranum fyri, at tit sýndu harra tykkara, Sáuli, ta miskunnargerð at jarða hann. Harrin sýni tykkum kærleika og trúfesti! Men eisini eg skal løna tykkum hesa góðgerð tykkara; og verið nú hugreystir og frægir garpar; tí at Sául, harri tykkara, er deyður, men meg hevur Júdahús salvað til kong.» Men Ábner Nersson, herhøvdingi Sáuls, tók Ísjbosjet, son Sáuls, og fór við honum til Máhanáim og gjørdi hann til kong yvir Gilead, Ásjeritum, Jizreel, Efraim, Benjamin og yvir øllum Ísrael. Ísjbosjet, sonur Sáuls, var fjøruti ára gamal, tá ið hann gjørdist kongur í Ísrael, og hann var kongur í tvey ár. Einans Júda bant felag við Dávid. Og tað tíðarskeiðið, ið Dávid var kongur í Hebron yvir Júda ætt, var sjey ár og seks mánaðir. Tá fór Ábner Nersson við monnum Ísjbosjets Sáulssonar úr Máhanáim til Gibeon. Og eisini Jóab Zerujuson fór úr Hebron við monnum Dávids, og teir hittust við tjørnina í Gibeon og settu herbúðir sínar hvør sínumegin tjørnina. Tá mælti Ábner við Jóab: «Nú skulu vit lata ungmennini ganga fram at stuttleika sær við vápnabrøgdum framman fyri okkum.» Og Jóab eftirlíkaði hesum. Síðan gingu teir fram tólv Benjaminitar av monnum Ísjbosjets Sáulssonar og tólv av monnum Dávids. Men teir trivu í høvdið hvør á øðrum og rendu svørðið í liðina hvør á øðrum og fullu allir; tí verður tann staðurin kallaður Liðarvøllur; hann er við Gibeon. Sama dag tókst har hørð orrusta, og Ábner og menn hansara lútaðu fyri monnum Dávids. Men har vóru tríggir synir Zeruju, Jóab, Ábisjaj og Ásahel, og Ásahel var av skjótastu monnum, kvikur sum skógargeitin í haganum. Ásahel tók nú at elta Ábner og rann beina leið aftan á hann uttan at víkja til høgru ella vinstru. Tá snúði Ábner sær á og mælti: «Er tað tú, Ásahel?» Og hann segði so vera. Og Ábner segði við hann: «Hav teg til viks og legg eftir onkrum av sveinunum og tak herklæði hansara!» Men Ásahel vildi ikki lætta av at elta hann. Uppaftur rópaði Ábner á Ásahel: «Lætt av at elta meg! Hví skal eg verða noyddur at drepa teg? Hvussu skal eg tá kunna síggja Jóab, bróður tín, aftur?» Men hann vildi ikki lætta av; og í tí skili brá Ábner svørðinum aftur um seg og rakti hann í búkin, so tað kom út gjøgnum ryggin; og fell hann deyður til jarðar, har sum hann stóð. Men allir teir, ið komu framat, har ið Ásahel lá feldur, vórðu standandi. Nú tóku Jóab og Ábisjaj at elta Ábner, og tá ið sól fór til viða, vóru teir komnir til Gibeat-Amma, ið er fyri eystan Gia á leiðini til Gibeon oyðimarkar. Hagar savnaðust allir Benjaminitar um Ábner í ein bólk og tóku støðu dygst uppi á Gibeat-Amma. Tá rópaði Ábner á Jóab og mælti: «Skal svørðið ævinliga oyða? Veitst tú ikki, at beisk verður endastundin? Nær ætlar tú at biðja liðið lætta av at elta brøður sínar?» Tá mælti Jóab: «So satt sum Harrin livir, hevði tú ikki talað, tá hevði liðið ikki lætt av at elta brøður sínar fyrr enn í morgin.» Tá blásti Jóab í lúðurin, og liðið alt steðgaði og lætti av at elta Ísrael, og orrustan hæsaði av. Men Ábner og menn hansara gingu alla náttina eftir Árabaslættanum og fóru yvir um Jórdan, løgdu so leiðina niðan gjøgnum trongan og komu til Máhanáim. Tá ið Jóab hevði lætt av at elta Ábner og hevði savnað alt liðið, vantaðu nítjan mans av monnum Dávids umframt Ásahel, meðan menn Dávids høvdu jarðlagt trý hundrað og seksti Benjaminitar av monnum Ábners. Og teir tóku Ásahel og jarðaðu hann hjá faðir sínum í Betlehem. Síðan hildu Jóab og menn hansara ferðini alla náttina og komu í lýsingini til Hebron. 3,1 Men tað toygdi á við ófriðinum millum hús Sáuls og hús Dávids; og tað gekk í hvørjum fram á hondina hjá húsi Dávids, meðan hús Sáuls í sama mun gekk aftur á hond.
Tá Ísjbosjet Sáulsson frætti, at Ábner var deyður í Hebron, bilaði honum hugur og hjarta, og ótti kom á allan Ísrael. Ísjbosjet hevði tveir hirðmenn, ið vóru oddamenn fyri ránsliðum; annar teirra æt Báana og hin Rekab, synir Rimmons úr Beerot í Benjamin; tí at eisini Beerot taldist upp í Benjamin. Men Beerotbúgvar vóru flýddir til Gittáim, og har hava teir búð í útisetri fram at hesum degi. Jónatan, sonur Sáuls, átti son, ið var lamin í báðum fótum; hann var fimm ára gamal, tá ið tíðindini um Sául og Jónatan frættust úr Jizreel; tá hevði fostra hansara tikið hann og var flýdd; men tá ið hon skundaði ferðini, datt hann og varð lamin. Hann æt Mefibósjet. Men Báana og Rekab, synir Rimmons úr Beerot, løgdu avstað og komu á hádegi at húsi Ísjbosjets, beint sum hann lá og hvíldi seg um middagin. Men gentan, ið goymdi at durunum, hevði fingist við at tína hveiti og var sovnað; av tí fingu Rekab og Báana smoygt sær framvið og komu inn í húsini, har hann lá í rekkjuni í svøvnskemmu síni; og teir góvu honum banahøgg og høgdu høvdið av honum; síðan tóku teir høvur hansara og hildu so ferðini alla náttina eftir Árábaslættanum. Og teir bóru Dávidi í Hebron høvdið av Ísjbosjet og søgdu við kong: «Her er høvur Ísjbosjets, sonar Sáuls, fígginda tíns, ið royndi eftir lívi tínum. Í dag hevur Harrin givið kongi, harra mínum, hevnd yvir Sául og ætt hansara.» Tá svaraði Dávid Rekabi og Báana bróður hansara, sonum Rimmons úr Beerot, og segði við teir: «So satt sum Harrin livir, ið mær hevur bjargað úr øllum neyðum: Eg eirdi ikki tí manni, ið bar mær boðini um deyða Sáuls og helt seg bera mær gleðitíðindi; men eg tók hann og drap hann í Ziklag og gav honum á tann hátt tíðindaløn; men nú hava gudleysir menn dripið sakleysan mann í rekkju hansara í hansara egna húsi – hvussu nógv heldur má eg tá krevja blóð hansara av hondum tykkara og týna tykkum úr landinum!» Síðan beyð Dávid sveinum sínum at drepa teir; og teir høgdu av teimum hendur og føtur og hongdu teir upp við tjørnina í Hebron; men høvur Ísjbosjets jarðaðu teir hjá Ábneri í Hebron.
Og Dávid savnaði aftur øll úrvalslið Ísraels, tríati túsund mans. Síðan legði Dávid avstað við øllum liði sínum og helt ferðini til Báal í Júda til tess at flyta haðan ørk Guðs, ið ber navn Harra herliðanna, hansara, ið situr á kerúbum. Og teir settu ørk Guðs upp á nýggjan vagn og koyrdu hana út úr húsi Ábinadabs á Heygnum; og synir Ábinadabs Uzza og Ájo stýrdu vagninum, soleiðis at Uzza gekk undir liðini á ørkini, men Ájo gekk undan henni. Og Dávid og alt hús Ísraels leikaðu av heilum huga fyri ásjón Harrans við songi og søltrum, hørpum, bumbum, bjøllum og glymskálum. Men tá ið teir komu fram at treskivølli Nákons, treiv Uzza í ørk Guðs, tí at akneytini snávaðu. Tá brann bræði Harrans móti Uzza, og Guð drap hann har, av tí at hann hevði trivið í ørkina; og hann fell har deyður niður við ørk Guðs. Tá varð Dávid ógvuliga harmur um, at Harrin hevði veitt Uzza skarð; tí hevur tann staður itið Uzza-skarð fram at hesum degi. Á tí degi kom mikil ótti á Dávid fyri Harranum, og hann mælti: «Hvussu skal tá ørk Harrans koma til mín?» Tí vildi Dávid ikki flyta ørk Harrans til sín í Dávidsborgina, men setti hana í húsið hjá Óbed-Edómi úr Gát. Síðan var ørk Harrans í húsinum hjá Óbed-Edómi úr Gát í tríggjar mánaðir, og Harrin vælsignaði Óbed-Edóm og alt hús hansara. Tá ið Dávid kongur frætti, at Harrin hevði signað hús Óbed-Edóms og alt, sum hann átti, vegna Guðs ørk, fór hann avstað og flutti við miklum fagnaði ørk Guðs úr húsi Óbed-Edóms niðan í Dávidsborgina. Og hvørja ferð teir, ið bóru ørk Harrans, høvdu gingið seks fet, ofraði hann ein oksa og ein gøðingarkálv. Og Dávid dansaði av øllum alvi fyri ásjón Harrans; og hann var í línklæði. Soleiðis flutti Dávid og alt hús Ísraels ørk Harrans niðan við miklum fagnaðarrópi og lúðraljómi. Men tá ið ørk Harrans kom niðan móti Dávidsborgini, var Mikal, dóttur Sáuls, hyggjandi út um gluggan; og tá ið hon bar eyga við Dávid kong, ið hoppaði og dansaði fyri ásjón Harrans, háðaði hon hann í hjarta sínum. Men tá ið teir vóru komnir við ørk Harrans og høvdu sett hana á stað sín í tjaldi tí, sum Dávid hevði gjørt henni, tá ofraði Dávid fyri ásjón Harrans brennioffur og takkaroffur. Og tá ið Dávid hevði ofrað brenniofrini og takkarofrini, vælsignaði hann alt fólkið í navni Harra herliðanna. Og hann líknaði øllum fólkinum, allari mannfjøld Ísraels, bæði køllum og konum, hvørjum einstøkum eina breyðkøku, eitt kjøtstykki og eina vínberjakøku. Síðan fór alt fólkið heim, hvør til sín. Men tá ið Dávid snúðist heim aftur til tess at vælsigna hús sítt, fór Mikal, dóttir Sáuls, út ímóti honum og mælti: «Tignarligur mundi kongur Ísraels tykjast í dag, tá ið hann nektaði seg fyri trælkonum tegna sína, eins og vittuggi eru von at gera!» Dávid svaraði Mikal: «Fyri ásjón Harrans dansaði eg, hann, sum kjósaði meg fram um faðir tín og fram um alt hús hansara og beyð mær at vera høvdingi yvir fólki Harrans, yvir Ísrael; fyri ásjón Harrans vil eg leika, tó at eg verði lítilsverdari og minki meira í metum í tínum eygum; men hjá trælkonum teimum, ið tú nevndi, man eg verða tignarligur.» Og Mikal Sáulsdóttir var barnleys alt fram at doyggjandi degi sínum.
Ein dagin, sum kongur sat í húsi sínum, eftir tað at Harrin hevði veitt honum frið fyri øllum fíggindum hansara har um leið, segði hann við Nátan profet: «Sí, eg búgvi í húsi av sedrisviði, meðan ørk Guðs stendur undir tjalddúkum!» Nátan svaraði kongi: «Ger bert alt, sum tú hevur í hyggju, tí at Harrin er við tær.» Men somu nátt kom orð Harrans til Nátans soljóðandi: «Far tú og sig við Dávid, tænara mín: So sigur Harrin: Ætlar tú at byggja mær hús at búgva í? Eg havi ikki búð í húsi frá tí degi, eg leiddi Ísraelsmenn út úr Egyptalandi, og alt fram at hesum degi; men eg ferðaðist við í tjaldi og tjaldbúð. Havi eg á nøkrum sinni alla ta tíð, eg ferðaðist við øllum Ísraelsmonnum, sagt við nakran av teimum dómarum, sum eg setti til at gæta Ísrael: Hví reisa tit mær ikki hús av sedrisviði? Tí skalt tú siga við tænara mín, Dávid: So sigur Harri herliðanna: Eg tók teg úr haganum frá smalunum, til tess at tú skuldi vera høvdingi yvir fólki mínum Ísrael; og eg havi verið við tær á øllum leiðum tínum og týnt fyri tær allar fíggindar tínar; eg man gera navn títt eins og navn hinna mætastu á fold og veita tjóð mínari Ísrael heimbýli og gróðurseta teir, so teir mega búgva har óttaleysir, og níðingar ongantíð aftur meinbjóða teimum eins og í forðum, tá ið eg setti dómarar yvir tjóð mína Ísrael, og eg man geva teimum frið fyri øllum fíggindum teirra. Og nú boðar Harrin tær: Hús man Harrin reisa tær. Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man eg reisa ætt tína eftir teg, ið kemur av tær, og grundfesta kongsdømi hansara; av henni skal ein byggja navni mínum hús, og eg skal grundfesta hásæti kongsdømis hans um allar ævir. Eg skal verða honum faðir, og hann skal verða mær sonur, og tá ið hann fer skeivur, man eg aga hann við manna koyrli og við mansbarna høggum; men miskunn mína vil eg ikki taka frá honum, eins og eg tók hana frá Sáuli, undanmanni tínum. Ætt tín og kongsdømi títt skal ævinliga standa við fyri ásjón míni, og hásæti títt skal ikki vikast um ævir.» Øll hesi orð og hesa opinbering flutti Nátan Dávidi. Tá fór Dávid kongur inn og dvaldist fyri ásjón Harrans og mælti: «Hvør eri eg, Harri drottin, og hvør er ætt mín, at tú hevur latið meg koma higar? Kortini var hetta tær ikki nóg mikið, Harri drottin; tú gavst eisini húsi tænara tíns heiti um langa framtíð, so leingi sum menn eru til á fold, Harri drottin! Og hvat skal Dávid siga við teg meira? Tú kennir jú tænara tín, Harri drottin. Fyri sakir tænara tíns og av egnum vilja hevur tú gjørt hetta at boða tænara tínum allar hesar miklu lutir. Tí ert tú máttugur, Harri drottin, av tí at eingin er sum tú, og eingin er Guð uttan tú samsvarandi øllum, ið vit hava hoyrt við egnum oyrum. Hvar á fold er tjóð, ið kann metast javnt við fólk títt Ísrael, ið Guð kom at loysa út til at vera ognartjóð sín til tess at vinna sær giti og sýna teimum miklar gerðir og øgiligar við at reka aðrar tjóðir og gudar teirra undan fólki sínum, ið hann loysti út úr Egyptalandi? Tú hevur grundfest tær fólk títt Ísrael til at vera fólk títt um ævir; og tú, Harrin, ert vorðin Guð tess. So lat nú, Harri, Guð, heiti tað, ið tú gavst tænara tínum og húsi hansara, ikki vikast um ævir og útinn tað, ið tú hevur heitt! Tá man navn títt verða stórt um allar ævir, so tað ljóðar: Harri herliðanna er Guð yvir Ísrael! Og hús Dávids tænara tíns man standa støðugt fyri ásjón tíni. Av tí at tú, Harri herliðanna, Guð Ísraels, hevur birt hetta tænara tínum og sagt: Eg man reisa tær hús; tessvegna hevur tænari tín fingið dirvi til at bera hesa bøn fram fyri teg. Og nú, Harri drottin, tú, sum ert Guð, og hvørs orð eru sonn, og sum hevur heitt tænara tínum alla hesa gævu, lat tær nú líka at vælsigna hús tænara tíns, so tað má standa støðugt allar ævir fyri ásjón tíni. Tí at tú, Harri drottin, hevur talað, og av tíni signing man hús tænara tíns verða signað um allar ævir.»
Eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir, og Dávid tók teymar høvuðsstaðarins úr hondum Filista. Somuleiðis vann hann sigur á Móabitum og máldi teir við reipi á tann hátt, at hann læt teir leggja seg á vøllin og máldi tvær reipslongdir til at týna lívið og eina til at vera á lívi. Soleiðis vórðu Móabitar tegnar Dávids og máttu gjalda honum skatt. Dávid vann eisini sigur á Hádadezer Rehobssyni, kongi yvir Zóba, ið ætlaði at endurreisa ríki sítt við ánna. Dávid tók av honum seytjan hundrað reiðmenn og tjúgu túsund manna gonguherlið og kvetti av hælsinurnar á øllum vagnhestum hansara; einans hundrað eirdi hann. Og tá ið Áramitar komu úr Dámaskus at hjálpa Hádadezeri, kongi av Zóba, vá Dávid teir og feldi tjúgu og tvey túsund Áramitar. Og Dávid setti jallar yvir Dámaskus-Áramitum, so at teir skuldu verða honum skattskyldigir tegnar. Soleiðis gav Harrin Dávidi sigur á øllum leiðum hansara. Dávid tók eisini teir gullskildir, ið tænarar Hádadezers høvdu borið, og flutti teir til Jerúsalem. Og umframt tað tók Dávid ovurmikið kopar úr Teba og Berotaj, borgum Hádadezers. Men tá ið Tói kongur av Hámat frætti, at Dávid hevði vigið alt herlið Hádadezers, sendi hann Hádóram, son sín, á fund Dávids kongs til tess at bera honum kvøðu og ynskja honum eydnu fyri, at hann hevði barst móti Hádadezeri og vigið hann – tí at eisini Tói hevði verið í bardaga móti Hádadezeri – og hann hevði við sær alskyns gripir bæði av silvuri, gulli og kopari. Teir halgaði Dávid eisini Harranum saman við tí silvuri og gulli, sum hann hevði halgað av herfonginum frá øllum teim tjóðum, sum hann hevði kúgað: Edóm, Móab, Ammon, Filistar og Ámalek og av herfongi Hádadezers Rehobssonar kongs í Zóba. Og Dávid økti um navnfremi sítt, nú ið hann hevði vunnið sigur á Árami og á heimferðini hevði vigið átjan túsund Edómitar í Saltdali. Dávid setti jallar í Edóm, um alt Edóm setti hann jallar, og soleiðis vórðu allir Edómitar tegnar Dávids. Men Harrin gav Dávidi sigur á øllum ferðum hansara. Dávid ráddi nú yvir øllum Ísrael og gjørdi allari tjóð síni rætt og skjal. Jóab Zerujuson var á odda fyri herinum, og Jósjafat, sonur Áhiluds, var frásagnarmeistari. Zádok, sonur Áhitubs, og Áhimelek, sonur Ebjatars, vóru prestar og Seraja ritari. Benaja, sonur Jójada, var á odda fyri Kretum og Pletum; og synir Dávids vóru prestar.
Dávid mælti: «Man nakar vera eftir av ætt Sáuls? Honum vil eg miskunna fyri Jónatans sakir.» Av húsi Sáuls var trælur eftir, ið æt Ziba; hann varð kallaður á fund Dávids; og tá kongur spurdi hann, um hann var Ziba, svaraði hann: «Ja, trælur tín er tað.» Og kongur mælti: «Er nakar eftir av ætt Sáuls? Eg vil fegin sýna honum miskunn Guðs.» Og Ziba svaraði kongi: «Enn er á lívi sonur Jónatans, ið er lamin í báðum fótum.» Kongur spurdi hann: «Hvar er hann?» Og Ziba svaraði kongi: «Hann er í húsi Mákirs Ammielssonar í Lodebar.» Tá sendi kongur boð og læt flyta hann úr húsi Mákirs Ammielssonar í Lodebar. Og Mefibósjet, sonur Jónatans Sáulssonar, gekk inn fyri Dávid, fell fram á ásjón sína og lútaði honum. Og Dávid mælti: «Mefibósjet!» Hann svaraði: «Tað er trælur tín.» Og Dávid segði við hann: «Óttast ikki, tí eg vil sýna tær miskunn fyri Jónatans, faðirs tíns, sakir og fáa tær aftur allar ognir tær, ið Sául, abbi tín, átti; og javnt og samt skalt tú eta við mítt borð.» Tá lútaði hann og mælti: «Hvat er trælur tín, at tú víkur á deyðan hund sum meg?» Kongur sendi nú boð eftir Ziba, sveini Sáuls, og mælti við hann: «Alt, sum Sául og ætt hansara átti, gevi eg syni harra tíns. Tú skalt saman við sonum og trælum tínum velta jørð hansara og bera inn undir lonir fyri hann, til tess at sonur harra tíns má hava vistir; men Mefibósjet, sonur harra tíns, skal javnt og samt eta við borð mítt.» Og Ziba átti fimtan synir og tjúgu trælir. Og Ziba svaraði kongi: «Trælur tín vil gera alt, sum kongur, harri mín, hevur boðið træli sínum.» Og Mefibósjet át við borð Dávids, eins og var hann ein av sonum hansara. Men Mefibósjet átti ungan son, Mika nevndur at navni; og øll í húsinum hjá Ziba vóru trælir Mefibósjets. Og Mefibósjet búði í Jerúsalem; tí at hann át javnt og samt við borð kongs; og hann var lamin í báðum fótum.
Stutt eftir hetta bar so á, at kongurin av Ammon doyði, og Hánun, sonur hansara, varð kongur eftir hann. Tá hugsaði Dávid: «Eg vil sýna Hánuni Náhasjsyni góðvild, eins og faðir hansara sýndi mær góðvild.» Og Dávid sendi tænarar sínar til at ugga hann eftir lívlát faðirs hans. Og tá ið tænarar Dávids komu í land Ammonita, tá søgdu høvdingar Ammonita við Hánun, harra sín: «Hugsar tú, at Dávid hevur í hyggju at heiðra faðir tín, tá ið hann sendir menn at ugga teg? Man ikki Dávid hava sent tænarar sínar á fund tín til tess at njósnast um borgina og kanna hana og kollvelta hana síðan?» Tá læt Hánun tænarar Dávids taka á hondum og rakaði av alt skegg teirra øðrumegin og álaði av teimum helvtina av klæðum teirra alt at klovinum og læt teir síðan fara. Tá ið Dávid frætti hetta, sendi hann fólk ímóti teimum, tí at miklar ósømdir høvdu verið teimum fyri. Og kongur læt siga teimum: «Verðið verandi í Jeriko, til skegg tykkara er afturvaksið; og komið síðan heim aftur.» Men tá ið Ammonitar sóu, at teir av egnum ávum høvdu gjørt seg illa toknaðar av Dávidi, sendu teir boð til tess at leiga Áramitar úr Bet-Rehob og úr Zóba, tjúgu túsund menn av gonguherliði, somuleiðis kongin í Máaka við túsund monnum og tólv túsund mans úr Tób. Tá ið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum og hetjunum. Og Ammonitar fóru eisini út og fylktu liði sínum uttanvert við borgarliðið; men Áramitar úr Zóba og Rehob eins og menninir úr Tób og Máaka stóðu úti á víðavangi fyri seg sjálvar. Men tá Jóab sá, at honum var búgvin bardagi bæði aftan og framman, kjósaði hann sær valalið úr øllum Ísrael og tók at fylkja tí móti Áramitum. Tað, ið eftir var av herinum, fekk hann Ábisjaj, bróður sínum, ið skipaði fylking móti Ammonitum. Og Jóab mælti: «Um Áramitar bera yvirluta yvir meg, tá skalt tú koma mær til hjálpar; og um Ammonitar bera yvirluta yvir teg, tá skal eg koma tær til hjálpar. Ver nú reystur og latum okkum berjast menniliga fyri tjóð okkara og fyri borgir Guðs várs. So má Harrin gera, sum hann vil.» Síðan legði Jóab og lið hans í orrustuna móti Áramitum, og teir flýddu undan honum. Men tá ið Ammonitar sóu, at Áramitar flýddu, hildu teir eisini undan Ábisjaj og leitaðu inn í borgina. Síðan snúðist Jóab úr bardaganum móti Ammonitum og kom aftur til Jerúsalem. Men tá ið Áramitar sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, savnaðust teir saman aftur; og Hádadezer sendi boð um og beyð út Áramitum, ið búðu hinumegin Ánna; og teir komu til Helam við Sjóbaki, herhøvdinga Hádadezers, á odda. Men tá ið Dávid frætti hetta, savnaði hann allan Ísrael, fór yvir um Jórdan og kom til Helam. Áramitar fylktu tá liði sínum móti honum og løgdu til orrustu við hann. Men Áramitar máttu flýggja fyri Ísrael; og Dávid feldi sjey hundrað vagnhestar og fjøruti túsund mans av Áramitum, og Sjóbaki, herhøvdinga teirra, gav hann banahøgg. Tá nú allir skattkongar Hádadezers sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, bundu teir frið við Ísrael og vóru teimum lýdnir. Men Áramitar tordu ikki eftir tann dag at hjálpa Ammonitum.
Árið eftir, um tað leitið, tá ið kongar eru vanir at fara í hernað, sendi Dávid Jóab út við monnum sínum og øllum Ísrael til tess at herja á Ammonitar. Og teir kringsettu Rabba; men Dávid sat heima í Jerúsalem. Tá bar so á eitt kvøldið, sum Dávid var farin av legu síni og gekk og spákaði uppi á takinum á kongshøllini, at hann bar eyga við konu, ið tvó sær. Og konan var avbera fríð í ásjón. Tá sendi hann ørindreka til at fregnast um konuna, og honum varð sagt: «Hatta man vera Batseba Eliamsdóttir, kona Uria Hetita.» Dávid sendi nú boð eftir henni; og tá hon var komin til hansara, legði hann seg við henni; hon hevði beint tá reinsað seg av óreinleika sínum. Síðan fór hon heim aftur. Men konan var vorðin við barn; og hon sendi Dávidi boð og segði: «Eg eri við barn.» Tá sendi Dávid Jóabi boð: «Send mær Uria Hetita.» Og Jóab sendi Uria til Dávids. Og tá ið Uria kom til hansara, spurdi Dávid, hvussu Jóabi og herinum visti við, og hvussu bardagin fór. Tá mælti Dávid við Uria: «Far nú oman í hús títt og tváa føtur tínar.» Uria fór tá út úr kongshøllini, og gáva frá kongi varð send aftan á hann. Men Uria legði seg fyri uttan dyrnar á kongshøllini saman við tænarum harra síns og vildi ikki fara oman í hús sítt. Tá ið Dávid frætti, at Uria ikki var farin oman í hús sítt, segði hann við hann: «Tú ert beint komin av ferð – hví fert tú ikki oman í hús títt?» Men Uria svaraði Dávidi: «Ørkin og Ísrael og Júda búgva í leyvskálum, og Jóab, harri mín, og tænarar harra míns liggja úti á berajólum, eigi eg tá at fara heim til mín sjálvs til tess at eta og drekka og hvíla hjá konu míni? Nei, so satt sum Harrin livir, og tú livir, geri eg tað ikki!» Tá mælti Dávid við Uria: «Verð nú verandi her í dag; í morgin gevi eg tær ferðaloyvi!» Og Uria varð verandi í Jerúsalem tann dagin. Dagin eftir beyð Dávid honum til borðs hjá sær og gav honum at drekka, so tað rann á hann. Men um kvøldið legðist hann til hvíldar saman við tænarum harra síns og fór ikki heim til sín sjálvs. Morgunin eftir skrivaði Dávid Jóabi bræv og sendi tað við Uria. Í brævinum skrivaði hann soleiðis: «Fáið Uria fram, har ið orrustan er sum harðast, og farið síðan frá honum, at hann verður við undirlutan og doyr.» Jóab, ið tókst við at kringseta borgina, setti tá Uria á ein stað, har hann visti, at reystir kappar vóru fyri. Og tá ið borgarmenninir løgdu út í bardaga móti Jóabi, fullu nakrir menn av liðinum, av monnum Dávids, og eisini Uria Hetiti læt har lív sítt. Tá sendi Jóab Dávidi tíðindi, hvussu farið hevði við orrustuni, og hann álegði ørindrekanum og segði: «Tá ið tú hevur greitt kongi frá øllum viðvíkjandi bardaganum, og kongur tá verður vreiður og sigur við teg: Hví løgdu tit bardagan so nær við borgina? Vistu tit ikki, at teir fóru at skjóta eftir tykkum oman av borgargarðinum? Hvør drap Ábimelek Jerubbáalsson? Kastaði ikki kona kvarnarstein á hann oman av borgargarðinum, so hann doyði í Tebez? Hví komu tit so nær at borgargarðinum? – Tá skalt tú siga: Eisini tænari tín Uria Hetiti læt har lív.» Síðan fór ørindrekin og kom og segði Dávidi tey tíðindi, sum Jóab hevði sent hann við, um hvussu bardagin hevði farið. Dávid varð tá vreiður og mælti við ørindrekan: «Hví løgdu tit bardagan so nær borgini? Vistu tit ikki, at teir fóru at skjóta eftir tykkum oman av borgargarðinum? Hvør drap Ábimelek Jerubbáalsson? Kastaði ikki kona kvarnarstein á hann oman av borgargarðinum, so at hann doyði í Tebez? Hví komu tit so nær at borgargarðinum?» Ørindrekin svaraði Dávidi: «Borgarmenninir vóru okkum ovursterkir og tokaðu út á víðavang ímóti okkum, so at vit máttu reka teir aftur at borgargarðinum, men tá skutu ørvagarpar oman av borgargarðinum eftir tegnum tínum, og fullu har nakrir av tegnum kongs; eisini tegnur tín Uria Hetiti fell har.» Tá segði Dávid við ørindrekan: «So skalt tú siga við Jóab: Harmast ikki um hetta; tí at svørðið verður bæði hesum og hasum at bana; men herja tú av øllum alvi á borgina og sorla hana. Við hesum orðum skalt tú herða hug hans.» Tá ið kona Uria frætti, at maður hennara var deyður, læt hon hevja harmljóð eftir hann. Men tá sorgardagarnir vóru lidnir, læt Dávid hana koma í hús sítt; hon varð tá kona hans og føddi honum son; men Harranum líkaði illa tað, sum Dávid hevði gjørt.
Tá sendi Harrin Nátan til Dávids, og tá ið hann kom til hansara, segði hann við hann: «Tveir menn búðu í somu bygd; annar var ríkur og hin fátækur. Hin ríki átti nógv bæði av smalum og stórdýrum. Men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið gimburlamb, sum hann hevði keypt og alt upp; tað vaks upp saman við børnum hansara; tað át av breyðbita hansara og drakk av bikari hansara, svav við barm hansara og var honum eins og dóttir. Tá ið hin ríki einaferð fekk vitjan av vallara, troystaði hann sær ikki at taka nakað av smalum og stórdýrum sínum til tess at matgera fyri ferðamanninum, ið var komin til hansara; men hann tók gimburlambið hjá hinum fátæka og gav gesti sínum tað til matna.» Tá varð Dávid ógvuliga illur inn á mannin og mælti við Nátan: «So satt sum Harrin livir, eigur tann maður at láta lív, ið tílíkt hevur gjørt! Og lambið skal hann endurgjalda fjórfalt aftur fyri henda miskunnarleysa atburð sín!» Men Nátan segði við Dávid: «Tú ert maðurin. Svá sigur Harrin, Guð Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og eg bjargaði tær úr hondum Sáuls; eg gav tær hús harra tíns, og konur harra tíns legði eg í armar tínar; bæði Ísrael og Júda fekk eg tær – og um tað ikki hevði verið nóg mikið, mundi eg givið tær bæði hetta og hatta. Hví hevur tú vanvirt orð Harrans og gjørt tað, ið honum mislíkar? Uria Hetita hevur tú felt við svørði, konu hansara hevur tú tikið tær til konu, og hann sjálvan feldi tú við svørði Ammonita. Tí skal svørðið ongantíð víkja frá húsi tínum, aftur fyri at tú vanvirdi meg og tókst konu Uria Hetita tær til konu. Svá sigur Harrin: Sí, eg lati úr tínum egna húsi ógævu koma yvir teg og taki fyri eygunum á tær konur tínar og gevi einum øðrum tær, ið skal leggjast við teimum á alljósum degi. Tí at tú hevur farið fram í loyndum, men eg skal gera hetta fyri eygunum á øllum Ísrael á alljósum degi.» Tá segði Dávid við Nátan: «Eg havi syndað móti Harranum.» Og Nátan segði við Dávid: «Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína, tú skalt ikki doyggja. Men av tí at tú við atferð tíni hevur vanvirt Harran, skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja!» Síðan fór Nátan heim aftur til sín sjálvs; men Harrin læt sótt koma á sveinin, ið kona Uria hevði føtt Dávidi. Tá leitaði Dávid til Guðs fyri sveinin og fastaði; og tá ið hann kom heim, legði hann seg um náttina á jørðina klæddur í sekk. Tá gingu hinir elstu í húsi hansara út til at fáa hann upp av jørðini; men hann vildi heldur ikki leska mat saman við teimum. Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt; tí at teir hugsaðu við sær: «Tá ið barnið enn var á lívi, talaðu vit á hann, men hann lætst ikki um vón; hvussu skulu vit nú siga honum, at barnið er deytt? Hann kundi jú gjørt eitt dáraverk.» Men tá ið Dávid varð varur við, at tænarar hansara gingu og teskaðu sín ámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og Dávid spurdi tænarar sínar: «Er barnið deytt?» og teir svaraðu: «Ja.» Tá fór Dávid á føtur, tvó sær, salvaði seg og fór í onnur klæði og gekk inn í hús Harrans at biðja. Síðan fór hann heim til sín sjálvs og bað um mat og fekk sær at eta. Tá søgdu tænarar hansara við hann: «Hvussu er vorðið við tær? Meðan barnið enn var á lívi, fastaði tú og grætst; men nú tað er deytt, fert tú á føtur og etur.» Men hann svaraði: «Meðan barnið enn var á lívi, fastaði og græt eg, tí at eg hugsaði: Kundi borið á, at Harrin várkunnaði mær og læt barnið vera á lívi. Men hví skal eg fasta nú, tá ið tað er deytt? Man eg fáa tað at koma aftur? Nei, eg fari til tess; men tað kemur ikki aftur til mín!» Og Dávid uggaði Batsebu, konu sína, og gekk innar til hennara og legðist við henni; og hon føddi son, og hann nevndi hann Sálomon; hann elskaði Harrin. Og hann fekk Nátani profeti hann og kallaði navn hansara Jedidja vegna orð Harrans. Jóab herjaði á Rabba Ammonita og vann vatnborgina. Síðan sendi Jóab ørindrekar til Dávids og segði: «Eg havi herjað á Rabba og havi vunnið vatnborgina. Savna tú nú tað, ið eftir er av herliðinum, og kom og kringset borgina og vinn hana, so at ikki eg vinni hana, og navn mítt verður nevnt yvir henni.» Tá savnaði Dávid alt liðið og herjaði á Rabba og vann hana. Hann tók krúnu Milkoms av høvdi hansara; hon var av gulli og vá eina talent, og gimsteinur var á henni; Dávid setti hana á høvur sítt og flutti miklan herfong burtur úr borgini. Hann flutti eisini burtur fólkið, sum har búði, og setti tað at træla við sagum, hakum og øksum og við tigulverkini; og soleiðis fór hann við øllum borgum Ammonita; síðan snúðist Dávid og alt lið hansara aftur til Jerúsalem.
Nú er at siga frá, at Absalon, sonur Dávids, átti vakra systur, Támar nevnda at navni; henni fekk nú Amnon, sonur Dávids, hug á. Og Amnon tráaði so eftir Támar systur síni, at hann varð sjúkur; tí at hon var moyggj, og Amnon sá sær einki høvi til at fáa vilja sín við henni. Men Amnon átti vin, ið æt Jónadab, sonur Sjimea, bróður Dávids; hesin Jónadab var ógvuliga vitugur. Og hann segði við hann: «Hví ert tú, kongssonur, so fáligur hvønn morgun? Vilt tú ikki siga mær tað?» Amnon svaraði: «Eg unni Támar, systur Absalons, bróður míns.» Tá segði Jónadab við hann: «Legg teg sjúkan, og tá ið faðir tín kemur inn at vitja teg, skalt tú siga við hann: Lat Támar, systur mína, koma og geva mær at eta; ger hon mær matin til, meðan eg líti at, og gevur mær hann sjálv, man eg kunna eta.» Síðan legði Amnon seg sjúkan; og tá ið kongur kom at vitja hann, segði hann við kong: «Lat Támar, systur mína, koma at búgva til tvær køkur, meðan eg líti at, og geva mær tær sjálv; tá man eg kunna eta.» Dávid sendi tá boð eftir Támar og segði við hana: «Far yvir í hús Amnons, bróður tíns, og matger honum.» Og Támar fór yvir í hús Amnons, bróður síns, har hann lá í rekkju síni. Og hon tók deiggj og knoðaði og bakaði køkur, meðan hann leit at. Og hon tók pannuna og stoytti burturúr beint framman fyri honum. Men Amnon vildi ikki eta og mælti: «Lat øll fara út!» Og tá øll vóru útfarin, segði Amnon við Támar: «Kom við matinum innar í skemmuna, so vil eg eta av hond tínari.» Og Támar tók køkurnar, sum hon hevði bakað, og bar Amnoni, bróður sínum, innar í skemmuna. Men tá ið hon rætti honum tær at eta, treiv hann í hana og segði við hana: «Kom tú, systir mín, og legst við mær!» Men hon segði við hann: «Nei, bróðir mín, ikki mást tú misbjóða mær; tí at ikki verður soleiðis farið fram í Ísrael. Ger ikki hetta dáraverk! Og eg, hvar skal eg fara við ósømd míni? Og tú verður taldur millum dáranna í Ísrael. Men finn tú heldur kong á máli um hetta; tí at ikki man hann sýta tær at fáa meg!» Hann vildi tó ikki lýða orðum hennara, men tók hana við valdi, neyðtók hana og legðist við henni. Men aftaná birtist ógvuligt hatur í Amnoni, meiri hatur enn tann ást, hann frammanundan hevði lagt við hana; og Amnon segði við hana: «Far upp og slepp tær burtur frá mær!» Tá segði hon við hann: «Nei, bróðir mín, at reka meg nú burtur er meiri brotsgerð enn tað, ið tú hevur gjørt móti mær.» Hann vildi ikki lurta eftir henni; men rópaði á svein sín, sum gekk honum til handar og mælti: «Rek mær hana út á geilar og loka hurðina eftir henni!» Hon var í síðum stakki við longum ermum; tí at soleiðis vóru í forðum kongsdøturnar klæddar, meðan tær vóru moyggjar. Tænari hansara rak hana út á geilar og lokaði hurðina eftir henni. Men Támar oysti mold á høvur sítt og skræddi sundur stakkin, hon var í, tók um høvur sítt og fór rópandi burtur. Absalon, bróðir hennara, segði tá við hana: «Hevur Amnon, bróðir tín, verið hjá tær? Tegi nú, systir mín! Hann er jú bróðir tín; legg einki í hetta.» Og Támar settist hugbrotin í húsi Absalons, bróður síns. Tá ið Dávid frætti alt hetta, var hann ógvuliga vreiður; men hann vildi ikki ryggja Amnon, son sín; tí at hann unti honum væl, av tí at hann var frumgitin sonur hansara. Absalon mælti ikki orð við Amnon, hvørki ilt ella gott; tí at hann hataði Amnon vegna tess, at hann hevði neyðtikið Támar, systur hansara. Tvey ár seinni bar so á, at Absalon fór á várfjall í Báal-Házor við Efraim, og Absalon beyð øllum kongssonunum við. Hann gekk fyri kong og mælti: «Trælur tín fer á várfjall og vil fegin, at kongur við monnum sínum kemur við træli tínum.» Men kongur svaraði Absaloni: «Nei, sonur mín, vit koma ikki allir við; tað verður tær ov mikil kostnaður!» Og tó at hann strongdi á hann, vildi hann ikki fara við, men bað hann fara væl. Tá segði Absalon: «Um tú ikki vilt fara, so loyv Amnoni, bróður mínum, at fara við okkum.» Men kongur svaraði honum: «Hví skal hann fara við?» Og av tí at Absalon strongdi á hann, læt hann Amnon og allar kongssynirnar fara við. Absalon gjørdi nú megnarveitslu; og hann beyð sveinum sínum og segði: «Gevið gætur, tá ið vínið er farið at renna á Amnon, og tá ið eg bjóði tykkum at ráðast á Amnon, tá skulu vit vega hann; óttist ikki; tí at tað eri eg, sum havi álagt tykkum hetta; verið nú djarvir og sýnið reystleika!» Sveinarnir gjørdu tá við Amnon, so sum Absalon hevði boðið teimum. Men allir kongssynirnir brugðu sær á múldjórabak og flýddu. Og áður enn teir vóru komnir vegin fram, fekk Dávid tey tíðindi, at Absalon hevði vigið allar kongssynirnar, so at ikki ein teirra var eftir. Tá fór Dávid á føtur, skræddi klæði síni sundur og tveitti seg á jørðina; og allir tænarar hansara, ið hjá honum vóru, skræddu eisini klæði síni sundur. Tá tók Jónadab, sonur Sjimea, bróðir Dávids, til orða og mælti: «Hugsa tú ikki, harri mín, at allir hesir ungu synir kongs eru vignir; einans Amnon er deyður; tí at Absalon hevur havt ringt yvirbregði frá tí degi, Amnon neyðtók Támar, systur hansara. Tí eigur kongur, harri mín, einki at leggja í hetta og ikki hugsa, at allir kongssynirnir eru deyðir; nei, einans Amnon er deyður.» Tá ið varðmaðurin leit seg um, sá hann mikla mannfjøld koma oman líðina á vegnum til Hóronáim; og hann fór inn fyri kong og segði við hann: «Eg síggi menn koma oman fjallið á vegnum til Hóronáim.» Tá segði Jónadab við kong: «Sí, har koma kongssynirnir; tað er, sum trælur tín segði.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, sí, tá komu kongssynirnir; teir skóru í grát; og eisini kongur og menn hansara tóku at stórgráta. Men Absalon flýddi og fór til Talmai Ammihudsson, kongin í Gesjur, og kongur syrgdi Amnon, son sín, alla ta tíðina. Tá ið nú Absalon var flýddur og komin til Gesjur, varð hann verandi har í trý ár. Og Dávidi kongi tók aftur at leingjast eftir Absaloni; tí at hann var uggaður eftir deyða Amnons.
Og tá ið Jóab Zerujuson sá, at hugur kongs enn stóð til Absalons, sendi hann boð til Tekoa eftir vitugari konu og segði við hana: «Nú skalt tú látast at hava sorg, far í sorgarbúnað og úthell ikki olju í høvur títt, men ver eins og kona, ið leingi hevur syrgt ein deyðan. Far síðan fyri kong og sig við hann soleiðis» – og Jóab legði henni orðini í munnin. Konan úr Tekoa gekk tá inn fyri kong og lútaði, fell fram á ásjón sína til jarðar og mælti: «Kongur, hjálp mær!» Kongur spurdi hana: «Hvat bagir tær?» Hon svaraði: «Eg eri einkja í sorg yvir deyða mann mín. Trælkona tín átti tveir synir; teir fóru at klandrast uppi í haganum, og tá ið eingin var at skilja teir sundur, varð annar teirra bróður sínum at bana. Og nú er øll ættin løgst á trælkonu tína og sigur: Fá okkum hann, ið drap bróður sín, so vilja vit taka hann av lívi aftur fyri bróðurin, sum hann drap! Men hetta siga tey til tess at týna arvingan og sløkkja tann síðsta neistan, sum eg havi eftir, so maður mín hvørki hevur navn ella eftirkomarar eftir á jørðini.» Tá segði kongur við konuna: «Far tú heim aftur; eg skal greiða hetta mál fyri teg.» Tá svaraði konan úr Tekoa kongi: «Á mær og á ættarfólki mínum, kongur, harri mín, hvílir sektin, men kongur og hásæti hansara skulu vera sakleys í hesum!» Kongur mælti: «Um einhvør sigur okkurt við teg, tá kom við honum til mín; so skal hann ikki aftur misbjóða tær.» Tá mælti hon: «Hevði kongur viljað nevnt navn Harrans, Guðs tíns, so blóðhevnarin ikki skal elva verri bágagerð og sonur mín verða týndur av lívi.» Hann svaraði: «So satt sum Harrin livir, skal ikki eitt hár av høvdi sonar tíns falla til jarðar!» Tá mælti konan: «Loyv tú trælkonu tíni at bera eitt upp á mál við teg, kongur, harri mín!» Hann svaraði: «Tala!» Konan mælti: «Hví hevur kongur tað sama í hyggju móti fólki Guðs? Tí at tá ið kongur sigur hetta, dømir hann seg sjálvan sekan, við tað at hann loyvir ikki burturrikna syni sínum at koma heim aftur. Tí at vit skulu vissuliga doyggja og verða sum vatn, ið ikki verður savnað saman aftur, tá ið tað er úthelt á jørðina; men Guð týnir ikki lívið á manni, ið hugsar um, at hin burturrikni ikki skal vera útlagin longur. Tí eri eg nú komin til tess at tala við kong, harra mín, um hetta; tí at fólkið hevur loypt ekka á meg; og so hugsaði trælkona tín við sær: Eg skal bera hetta upp á mál við kong; kundi borið á, kongur greiddi hetta fyri trælkonu síni. Tí at fegin man kongur vilja bjarga trælkonu síni frá tí manni, ið ætlar at týna bæði meg og son mín úr arvaluti Guðs. Og so hugsaði trælkona tín, at orð harra míns kongs mundu fara at veita mær ugga; tí at kongur, harri mín, er eins og ørindasveinur Guðs til at geva sær far um gott og ilt. Og gævi drottin, Guð tín, verður við tær!» Tá svaraði kongur og mælti við konuna: «Dyl einki fyri mær av tí, sum eg vil spyrja teg.» Konan svaraði: «Tala, kongur, harri mín.» Og kongur mælti: «Man ikki Jóab hava verið uppi í øllum hesum?» Konan svaraði og mælti: «So satt sum kongur, harri mín, livir, ikki dylst fyri tí, ið kongur, harri mín, sigur; tænari tín Jóab var hann, ið beyð mær hetta; hann legði trælkonu tíni øll hesi orð í munnin. Jóab, tænari tín, gjørdi hetta, til tess at málið skuldi fáa aðra útsjónd. Men harri mín er í vitsku javnur við sjálvan ørindasvein Guðs til at skilja alt, ið hendir á fold.» Tá mælti Dávid við Jóab: «Eg skal gera hetta; far og fá mær sveinin Absalon heim aftur.» Tá fell Jóab til jarðar fram á ásjón sína, lútaði og vælsignaði kong og mælti: «Nú veit tænari tín, at eg havi funnið náði í eygum tínum, kongur, harri mín, tí at kongur hevur veitt tænara tínum bøn hansara.» Síðan fór Jóab til Gesjur og hevði Absalon heim aftur við sær til Jerúsalem. Men kongur segði: «Fari hann heim til sín sjálvs; fyri ásjón mína komi hann ikki!» Og Absalon fór heim til sín sjálvs og kom ikki fyri ásjón kongs. Men í øllum Ísrael var eingin maður lovaður fyri vakurleika eins og Absalon; frá iljum til hvirils vóru eingi lýti á honum. Og tá ið hann læt klippa sær – tað mátti hann einaferð um árið; av tí at hárið var honum ov tungt, mátti hann klippa tað – vá hárið av høvdi hansara tvey hundrað siklar eftir kongsvekt. Absalon fekk tríggjar synir og eina dóttur, Támar at navni; hon var kona sera fríð í ásjón. Tá ið Absalon hevði búð í Jerúsalem í tvey ár og var ikki komin fyri ásjón kongs, sendi hann boð eftir Jóabi til at leiða seg fram fyri kong; men hann vildi ikki koma. Uppaftur sendi hann boð eftir honum; men ikki vildi hann koma. Tá segði hann við menn sínar: «Síggið handa akurin, ið Jóab eigur áfastan við mín; har hevur hann bygg; farið og setið eld á hann.» Og menn Absalons fóru og settu eld á akurin. Tá fór Jóab alt í einum inn til Absalons og segði við hann: «Hví hava menn tínir sett eld á akur mín?» Absalon svaraði Jóabi: «Eg bað teg koma til mín, so at eg kundi senda teg inn fyri kong og siga frá mær: Hví kom eg heim aftur úr Gesjur? Tað hevði verið mær betri at verða verandi har. Men nú vil eg koma fyri ásjón kongs; eri eg sekur, tá takið meg av lívi!» Jóab gekk tá fyri kong og segði honum hetta. Tá kallaði hann Absalon til sín; og hann gekk inn fyri kong, lútaði honum og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi. Og kongur mynti Absalon.
Eftir hetta fekk Absalon sær vagn og ross og fimmti mans, ið runnu framman fyri honum. Og á morgni snimma var hann vanur at standa við vegin upp við borgarliðinum; og hvørja ferð maður leitaði á fund kongs til tess at biðja hann fremja mál sítt við dómi, rópaði Absalon á hann og segði: «Hvørji borg ert tú úr?» Og svaraði hann tá: «Trælur tín er av hesi ella hasi ætt í Ísrael,» tá segði Absalon við hann: «Málevni títt er gott og rættvíst; men hjá kongi finnur tú ongan, ið vil á teg lýða.» Og Absalon legði afturat: «Hevði eg bert verið skipaður dómari í landinum, so hvør maður, ið hevði trætu og sakarmál, kundi komið til mín, tá skuldi eg latið hann fingið rætt sín!» Og tá ið einhvør nærkaðist til tess at lúta honum, rætti hann út hondina og reisti hann upp og mynti hann. Soleiðis gjørdi Absalon við allar Ísraelsmenn, ið leitaðu á fund kongs við sakarmálum. Á tann hátt stjól Absalon hjørtu Ísraelsmanna. Tá ið fýra ár vóru liðin, segði Absalon við kong: «Loyv mær at fara at fremja tað heitið, sum eg gjørdi Harranum í Hebron. Tí at meðan trælur tín var í Gesjur í Áram, gjørdi hann hetta heiti: Letur Harrin meg koma aftur til Jerúsalem, skal eg tæna honum í Hebron.» Kongur svaraði honum: «Far í friði.» Hann búðist tá til ferðar og fór til Hebron. Men Absalon sendi loyniliga menn um í øllum ættum Ísraels við hesum boðum: «Tá ið tit hoyra lúðrablástur, skulu tit siga: Absalon er vorðin kongur í Hebron!» Við Absaloni fylgdust tvey hundrað mans úr Jerúsalem, ið bodnir vóru; teir fóru við í góðvarni, og einki teir grunaðu. Tá ið Absalon fór at bera fram ofrini, beyð hann Ákitofeli Gilonita, ráðgeva Dávids, at koma til sín úr borg síni Gilo. Og samansvørjingin vaks, og fólkið fjølgaðist í hvørjum uttan um Absalon. Nú vórðu hesi tíðindi flutt Dávidi: «Hugur alra Ísraelsmanna stundar á Absalon.» Tá segði Dávid við allar menn sínar, ið hjá honum vóru í Jerúsalem: «Komið, latum okkum firrast undan Absaloni! Tað eru einastu ráðini. Verið skjótir, so hann fær okkum ikki aftur og snýr okkum ógævu til handar og oyðir borgina við svørði.» Tænarar kongs svaraðu: «Trælir tínir eru fúsir at gera alt tað, sum tú býður, harra kongur!» Síðan legði kongur avstað og honum í hølum alt húsfólk hansara, uttan tíggju hjákonur, sum hann læt vera eftir at varða um húsið. Og tá ið kongur við øllum fólkinum var komin nakað út, steðgaðu teir við ytsta hús; men allir menn hansara gingu fram við honum eins og allir Kretar og Pletar og allir menn Ittai Gátita – seks hundrað úr Gát – gingu fram fyri ásjón kongs. Tá segði kongur við Ittai Gátita: «Hví kemur tú við okkum? Far tær heim aftur og ver við konginum; tí at tú ert fremmandur og heldur at kalla í útlegd. Í gjár komst tú, og í dag skuldi eg latið teg komið við okkum at reika um á miðleysu ferð míni! Nei, far tú heim aftur og hav lagsbrøður tínar við tær. Harrin sýni tær miskunn og trúfesti!» Men Ittai svaraði kongi og mælti: «So satt sum Harrin livir, og kongur, harri mín, livir: Har sum kongur, harri mín, er, har skal eisini trælur tín vera, hvørt tað so verður lív ella deyði!» Tá segði Dávid við Ittai: «Íðan, gakk tá framvið.» Og Ittai Gátiti gekk framvið og allir menn hansara og allar konur og øll børn, ið við teimum vóru. Og alt landið stórgræt, tá herfólkið alt gekk framvið. Men kongur stóð í Kedrondali, meðan alt herfólkið gekk fram við honum á Oljufjalsvegnum, sum ber út í oyðimørkina. Og har komu Zádok og Ebjatar berandi sáttmálaørk Guðs; og teir settu ørk Guðs frá sær, til alt fólkið úr borgini var gingið framvið. Tá mælti kongur við Zádok: «Flyt ørk Guðs heim aftur í borgina; finni eg náði fyri eygum Harrans, so letur hann meg koma heim aftur at skoða seg og bústað sín; men sigur hann: Eg havi ongan tokka til tín! tá eri eg her; geri hann tá við meg tað, ið honum líkar.» Og kongur mælti við Zádok prest: «Farið tit, tú og Ebjatar, í friði heim aftur í borgina saman við báðum sonum tykkara, Áhimáazi, syni tínum, og Jónatani, syni Ebjatars! Men eg ætli at bíða við vaðini á Jórdanslættanum, til einhvør kemur til mín við tíðindum frá tykkum.» Síðan fluttu Zádok og Ebjatar ørk Guðs aftur til Jerúsalem og dvaldust har. Men Dávid gekk grátandi niðan Oljufjallið og huldi høvur; hann gekk skóleysur, og alt fólkið, ið við honum var, huldi høvur og fór grátandi niðaneftir. Tá ið Dávid frætti, at Ákitofel var millum teirra, ið høvdu svorið seg saman við Absalon, segði hann: «Harrin lati ráð Ákitofels roynast fákunnug!» Men tá ið Dávid kom dygst niðan á fjallið, har ið menn vóru vanir at tilbiðja Guð, møtti honum Husjai Arkiti, vinur Dávids, í skræddum búnaði og við mold á høvdi. Dávid segði við hann: «Kemur tú við mær, verður tú mær ein kleppur; men far tú heim aftur í borgina og sig við Absalon: Tær vil eg tæna; faðir tínum havi eg tænt, men frá hesi stund vil eg tæna tær, tá kanst tú ónýta ráð Ákitofels fyri meg. Har hevur tú prestarnar Zádok og Ebjatar hjá tær; alt, sum tú frættir úr kongshøllini, skalt tú siga prestunum Zádoki og Ebjatari. Teir hava báðir synir sínar hjá sær, Áhimáaz, son Zádoks, og Jónatan, son Ebjatars; sendið mær við teimum øll tey tíðindi, sum tit frætta.» Síðan kom Husjai, vinur Dávids, aftur til bíggjar, beint sum Absalon reið inn í Jerúsalem.
Ákitofel segði nú við Absalon: «Lat meg velja út tólv túsund mans at halda aftan á Dávid beinanvegin í nátt og ráðast á hann, meðan hann er móður og hugbrotin; eg skal loypa ekka á hann, so liðið alt fer frá honum, tá fái eg dripið kong einsamallan. Síðan man eg flyta tær alt fólkið aftur, eins og brúður verður leidd fram fyri mann sín; tað er jú einans mann, tú vilt hava av lívi; men fólkið skal verða óskalað.» Hesi ráð toknaðust Absaloni og øllum hinum elstu í Ísrael væl. Men Absalon mælti: «Rópið mær eisini Husjai Arkita og latum okkum eisini hoyra, hvat hann heldur.» Og tá ið Husjai kom til Absalons, segði Absalon við hann: «Hesi ráð legði Ákitofel okkum; eiga vit nú at fylgja teimum? Heldur tú ikki, so legg tú okkum ráð.» Husjai svaraði Absaloni: «Ráðini, ið Ákitofel hesa ferðina hevur lagt, eru ikki hyggjuráð.» Og Husjai segði framvegis: «Tú veitst, at faðir tín og menn hansara eru hetjur og grimmir í huga eins og bjarnir á skógunum, ið ungarnir eru rændir frá; harumframt er faðir tín mikil bardagamaður og unnir sær ikki blund um nætur saman við herliðinum; nú man hann krógva seg í einumhvørjum helli ella onkustaðni, og um summir av monnunum falla í fyrstu atløgu, og tað frættist, tá munnu menn fara at siga: Absalon hevur havt mikið mannspell; og tá man fara at bila hugur eisini hjá tí reystasta, tó at hann hevur hjarta sum ljónið; tí at allur Ísrael veit, at faðir tín er hetja mikil og menn hansara reystmenni. Tí ráði eg tær at savna saman um teg frá Dán til Beersjebu allan Ísrael fjølmentan sum sandin við sævarflóð; og ver tú sjálvur oddamaður teirra. Og koma vit fram á hann onkustaðni, har hann verður funnin, tá latum okkum stoytast yvir hann, eins og døgg fellur á jørð, og týna bæði honum og øllum monnum hans av lívi. Og um hann leitar inn í einahvørja borg, tá skal allur Ísrael leggja reip um ta borgina og draga hana oman í dalin, so ikki steinpirra verður eftir av henni.» Tá segði Absalon og allir Ísraelsmenn: «Ráð Husjai Arkita eru betri enn ráð Ákitofels.» Men hetta kom av, at Harrin hevði avrátt at ónýta hyggjuráð Ákitofels til tess at rinda Absaloni ógævu. Síðan segði Husjai við prestarnar Zádok og Ebjatar: «Tey og tey ráð legði Ákitofel Absaloni og hinum elstu í Ísrael, og tey og tey ráð legði eg honum. Flytið nú sum skjótast Dávidi hesi boð og sigið við hann: Drála ikki í nátt við vaðini í oyðimørkini, men far yvirum, so at kongur og alt lið hansara verður ikki týnt!» Men Jónatan og Áhimáaz dvaldust við Rógel keldu; hagar var genta von at koma til teirra við tíðindum, ið teir so fluttu Dávidi kongi; tí at ikki tordu teir at koma inn í borgina og verða sæddir. Men ein sveinur varð varur við teir og segði Absaloni frá; tá skundaðu teir sær báðir burtur og komu at húsum hjá manni í Báhurim; í túni hansara var brunnur, sum teir krógvaðu seg í. Men húsfólkið tók og breiddi áklæði yvir brunnin og stroyddi korn á, so eingin kundi gruna nakað. Og tá ið tænarar Absalons komu inn í húsið til konuna og spurdu, hvar Áhimáaz og Jónatan vóru, svaraði hon, at teir vóru farnir yvir um ánna. Teir leitaðu, men funnu einki og snúðust so aftur til Jerúsalem. Men beinanvegin, tá ið teir vóru farnir, komu hinir upp úr brunninum og fluttu Dávidi kongi tíðindini og søgdu við hann: «Búgvist nú til og farið sum skjótast yvir um ánna, tí at tey og tey ráð hevur Ákitofel lagt móti tykkum.» Tá fór Dávid við øllum tí fólki, sum við honum var, alt í einum yvir um Jórdan; og tá ið tók at lýsa fyri degi, vóru teir allir samlir komnir yvir um Jórdan. Men tá ið Ákitofel sá, at ráð hansara ikki vóru framd, saðlaði hann asna sín og reið heim til sín sjálvs í bygd sína; og tá ið hann hevði búgvið hús sítt til, hongdi hann seg og doyði. Hann varð síðan lagdur í grøv faðirs síns. Dávid var longu komin til Máhanáim, tá ið Absalon við øllum Ísraelsmonnum fór yvir um Jórdan. Absalon hevði sett Ámasa yvir herin í staðin fyri Jóab. Ámasa var sonur Ísmaelita, Jitra at navni, ið farin var inn til Ábigáil, dóttur Ísai, systur Zeruju, móður Jóabs. Og Ísraelsmenn og Absalon settu herbúðir sínar í Gilead. Men tá ið Dávid kom til Máhanáim, komu teir Sjóbi Náhasjson úr Rabba í Ammon og Mákir Ammielsson úr Lodebar og Barzillai Gileaditi úr Rógelim hagar við legum og áklæðum, køskum og leirkerum, og teir fluttu hveiti, bygg, mjøl, brent korn, bønir, flatbønir, hunang, rómastamp, smalur og ostar av neytamjólk til matna fyri Dávid og menn hansara; tí at teir hugsaðu við sær: «Menninir eru svangir, móðir og tystir í oyðimørkini.»
Dávid kannaði nú lið sítt og skipaði høvdingar, summar yvir túsund monnum og summar yvir hundrað monnum. Og Dávid skipaði liðið sundur í tríggjar bólkar; ein triðingin setti hann Jóab á odda fyri, annan Ábisjai Zerujuson, bróður Jóabs, og fyri hin triðja Ittai úr Gát. Og kongur mælti við liðið: «Eg vil sjálvur fara við tykkum í orrustuna.» Men menninir svaraðu kongi: «Nei, tú skalt ongan veg fara! Tí at um vit flýggja, leggur eingin lag í tað, og tó at helmingur av okkum fellur, gevur eingin tí gætur, men tú ert javnmettur við tíggju túsund av okkum; tessvegna skalt tú verða verandi í borgini, so at tú haðan kanst koma okkum til hjálpar.» Kongur svaraði teimum: «Eg skal gera, sum tit halda vera best.» Kongur fór tá øðrumegin í borgarliðið at standa, meðan alt herliðið legði út í flokkum hundraðtals og túsundtals. Og kongur gav Jóabi, Ábisjai og Ittai hesa ávaring: «Farið mær varliga við sveininum Absaloni!» Alt fólkið hoyrdi kong geva høvdingunum hesa ávaring um Absalon. Síðan helt herliðið út á víðavang móti Ísrael, og orrustan brast á í Efraim skógi. Máttu tá Ísraelsmenn lúta fyri Dávids monnum, og mikið var mannspellið tann dagin – tjúgu túsund mans fullu. Orrustan barst víða út um landið, og skógurin varð tann dagin fleiri monnum at bana enn svørðið. Tá barst so á, at Absalon kom fram á nakrar av Dávids monnum; men hann reið á múldjóri; og tá ið múldjórið kom inn undir greinarnar á miklari steineik, dreivaðist høvur hansara fast í steineikina, so at hann varð hangandi millum himins og jarðar, meðan múldjórið rann burtur undan honum. Maður, ið varð varur við hetta, segði tá Jóabi frá og mælti: «Eg sá Absalon hangandi uppi í eini eik.» Tá mælti Jóab við mannin, ið flutti honum tíðindini: «Tá ið tú sást mannin, hví jarðlegði tú hann ikki alt í einum? Tá hevði eg givið tær tíggju siklar í silvuri og belti afturfyri!» Maðurin svaraði Jóabi: «Um eg fekk túsund siklar í silvuri, hevði eg kortini ikki lagt hond á kongssonin; tí at vit hoyrdu jú kong geva tær og Ábisjai og Ittai ávaring um at fara varliga við sveininum Absaloni! Skuldi eg elvt mær vanda við tílíkari illgerð? Eingin lutur er jú kongi fjaldur – og eisini tú mundi tá snúð tær móti mær!» Tá mælti Jóab: «Ikki skalt tú síggja meg drála!» Og hann tók trý spjót og rendi tey í bringu Absalons; og meðan hann enn hekk livandi uppi millum greinarnar á eikini, komu hagar tíggju ungir menn, skjaldsveinar Jóabs, og veittu Absaloni banahøgg. Jóab læt nú blása í lúðurin, og liðið lætti av at elta Ísrael; tí at Jóab beyð monnum sínum at steðga. Síðan tóku teir Absalon og blakaðu hann í djúpa gryvju har á skóginum og laðaðu yvir honum ovurmiklan varða. Men Ísraelsmenn flýddu allir hvør heim til sín. Meðan Absalon enn var á lívi, hevði hann reist sær steinsúluna, sum er í Kongsdali, tí at hann hevði hugsað við sær: «Eg havi ongan son at goyma minnið um navn mítt.» Og hann hevði kallað steinsúluna upp eftir sær sjálvum; og verður hon enn í dag kallað Absalonsvarði. Tá mælti Áhimáaz Zádoksson: «Eg vil fegin fara at flyta kongi hesi gleðitíðindi, at Harrin hevur veitt honum rætt móti fíggindum hans.» Men Jóab segði við hann: «Tú ert ikki maðurin at flyta fagnaðartíðindi í dag; eina aðra ferð kanst tú flyta fagnaðartíðindi; men ikki í dag, tí at hann, sum deyður er, er sonur kongs.» Síðan mælti Jóab við Blámannin: «Far tú og sig kongi frá tí, sum tú hevur sæð.» Og Blámaðurin lútaði Jóabi og leyp avstað. Men Áhimáaz Zádoksson mælti aftur við Jóab: «Tað standist av, hvat ið má! Loyv mær at renna aftan á Blámannin.» Jóab svaraði: «Hví vilt tú tað, sonur mín? Tíðindaløn fært tú kortini onga.» Men hann helt á: «Tað standist av, hvat ið má! Eg fari!» Tá segði hann við hann: «Far meðni!» Áhimáaz helt tá ferð síni eftir vegnum um Jórdanslættan og kom undan Blámanninum. Meðan Dávid nú sat millum ytra og innara borgarlið, fór varðmaður upp á takið yvir liðinum við borgarmúrin; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við mann, ið kom rennandi einsamallur. Varðmaðurin rópaði á kong og segði honum frá tí. Tá mælti kongur: «Er hann einsamallur, so flytur hann góð tíðindi.» Og maðurin nærkaðist í hvørjum. Men varðmaðurin sá annan mann koma rennandi; tá rópaði hann oman í liðið og mælti: «Har kemur annar maður rennandi einsamallur!» Kongur svaraði: «Eisini hann man flyta góð tíðindi.» Tá mælti varðmaðurin aftur: «Mær tykir renningarlag hins fyrra vera líkt renningarlagi Áhimáazar Zádokssonar.» Kongur svaraði: «Hann er góður maður og man koma við góðum tíðindum.» Men tá ið Áhimáaz nærkaðist, rópaði hann á kong: «Sit heilur og sælur!» Og hann lútaði fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi og mælti: «Signaður veri Harrin, Guð tín, ið beint hevur fyri teimum monnum, ið ætlaðu at taka kong, harra mín, av lívi!» Kongur spurdi: «Veit hinum unga Absaloni væl við?» Áhimáaz svaraði: «Eg hoyrdi miklan gang av mannfjøld, tá ið Jóab, trælur kongs, sendi træl sín avstað; men eg veit ikki, hvat ið har var áfatt.» Tá mælti kongur: «Far til viks og statt har!» Og hann fór til viks og varð standandi har. Á somu stund kom Blámaðurin og mælti: «Kongi, harra mínum, verða tey gleðiboð borin, at Harrin í dag hevur veitt tær rætt ímóti øllum teimum, ið risnir eru upp ímóti tær.» Kongur spurdi Blámannin: «Veit hinum unga Absaloni væl við?» Blámaðurin svaraði: «Fari fíggindum tínum, harra kong, og øllum, ið rísa upp ímóti tær til tess at meina tær, eins og farið hevur sveini hesum!» Tá tók kongur at nøtra og fór niðan í hølið uppi yvir borgarliðinum; og sum hann grátandi gekk har aftur og fram, kvartaði hann: «Absalon, sonur mín! Absalon, sonur mín! Gævi eg var deyður í tín stað! Absalon, sonur mín, sonur mín!»
Jóab frætti nú, at Dávid græt og harmaði Absalon, og sigursgleðin var tann dagin vorðin sorg hjá øllum herinum, tí at fólkið hevði tann dagin fingið at vita, at kongur sáran syrgdi son sín. Tann dagin smeyg fólkið sær smoykið inn aftur í borgina, eins og menn ið hava seg burtur av skomm, tá ið teir eru flýddir úr orrustu. Men kongur hevði hult andlit sítt og rópaði kvartandi: «Sonur mín, Absalon! Absalon, sonur mín, sonur mín!» Tá gekk Jóab inn fyri kong og mælti: «Tú vanvirðir í dag allar tænarar tínar, sum í dag hava bjargað tær og sonum og døtrum tínum, konum og hjákonum tínum, við tað at tú unnir teir, ið teg hata, og hatar teir, ið teg unna; tí at í dag hevur tú sýnt, at tú einki leggur í høvdingar og tænarar. Ja, eg veit nú, at var bert Absalon á lívi, um so vit allir vóru vignir í dag, so hevði tær vitað væl við. Men far nú út og tala blídliga við tænarar tínar, tí at tað svørji eg við Harran, at gert tú ikki tað, so verður ikki ein maður eftir hjá tær í nátt, og tað verður tær verri ógæva enn nøkur onnur, ið tær hevur verið fyri frá tí, tú vart ungur, og alt at hesum degi!» Tá fór kongur og settist í borgarliðið, og tá ið tað frættist, at kongurin var í borgarliðinum, gekk alt herliðið fram fyri kong. Av Ísrael var nú hvør maður flýddur heim til sín sjálvs; og í øllum ættum Ísraels vóru menn farnir at munnkýtast sín ámillum og søgdu: «Kongur hevur frelst okkum úr hondum fígginda vára, og hann hevur bjargað okkum undan valdi Filista; og nú mátti hann flýggja av landinum undan Absaloni. Men Absalon, sum vit salvaðu til kong yvir okkum, er nú fallin í orrustuni; hví drála tit tá við at flyta kong heim aftur?» Tá ið Dávid hoyrdi, hvat ið allir Ísraelsmenn høvdu á máli, sendi hann boð eftir prestunum Zádoki og Ebjatari og bað teir fara at siga við hinar elstu í Ísrael: «Hví vilja tit vera síðstir at flyta kong heim aftur í hallir sínar? Tit eru jú ættbrøður mínir; tit eru bein og hold av mær; hví vilja tit vera síðstir at flyta kong heim aftur? Og við Ámasa skulu tit siga: Ert tú ikki bein og hold av mær? Guð lati meg altíð gjalda tess, um tú ikki alla ævi verður herhøvdingi hjá mær í Jóabs stað!» Tá snúðist hugur alra Júdamanna; og teir sendu kongi hesi boð: «Kom heim aftur við øllum monnum tínum.» Kongur snúðist tá heim aftur; og tá hann kom at Jórdan, vóru Júdamenn komnir til Gilgal ímóti kongi til tess at flyta hann yvir um Jórdan. Benjaminitin Simei Gerason úr Báhurim var saman við Júdamonnum í bræði farin oman móti Dávidi kongi, og honum fylgdu túsund Benjaminitar. Eisini Ziba, húskallur Sáuls, var við fimtan sonum og tjúgu tænarum sínum komin oman at Jórdan undan kongi. Teir fóru nú yvir um vaðið til tess at flyta húsfólk kongs yvirum og veita teimum allan dugna. Men tá ið kongur skuldi fara yvir um Jórdan, fell Simei Gerason honum til kníggja og mælti: «Harri mín tilrokni mær ikki misgerð mína og minnist ikki til tað illa, ið trælur tín gjørdi hin dagin, tá ið kongur, harri mín, mátti rýma úr Jerúsalem, einki má kongur leggja lag í tað; tí at trælur tín veit, at hann hevur syndað. Men nú eri eg sum hin fyrsti av allari Jósefs ætt komin oman ímóti tær, kongur, harri mín!» Ábisjai Zerujuson tók tá til orða og mælti: «Eigur ikki Simei at láta lív aftur fyri, at hann bað ilt yvir salvaða Harrans?» Men Dávid svaraði: «Hvat samband havi eg við tykkum Zerujusynir, at tit gerast mótstøðumenn mínir í dag? Eigur nakar maður at láta lív í Ísrael í dag? Vita tit ikki, at í dag eri eg aftur vorðin kongur í Ísrael?» Síðan segði kongur við Simei: «Tú skalt ikki láta lív.» Og tað svór kongur honum dýrt. Mefibósjet, sonarsonur Sáuls, fór eisini oman móti kongi; hann hevði hvørki hampað um hendur ella føtur sínar ella greitt skeggið ella tvigið klæði síni frá tí degi, kongur flýddi, og til hann var komin aftur í øllum góðum. Tá ið hann nú kom úr Jerúsalem á fund kongs, segði kongur við hann: «Hví fórt tú ikki við mær, Mefibósjet?» Hann svaraði: «Kongur, harri mín, tænari mín sveik meg; tí at trælur tín beyð honum at saðla asnan, so eg fekk riðið á honum og farið við kongi; trælur tín er jú lamin; men í staðin hevur hann baktalað meg fyri kongi, harra mínum; men kongur, harri mín, er sum eingil Guðs; og ger nú, sum tær líkar! Tí tó at allir ættarmenn mínir einki høvdu at vænta sær annað enn deyðan av kongi, harra mínum, sessaði tú meg kortini teirra millum, ið sita við borð títt. Havi eg nakran rætt longur at kæra neyð mína fyri kongi?» Tá segði kongur við hann: «Hví flytur tú so langa røðu um hetta? Eg bjóði tær og Ziba, at tit skulu býta jørðina sundur ímillum tykkara!» Mefibósjet svaraði kongi: «Hann má fáa tað alt, nú tá ið kongur, harri mín, er komin heim aftur í øllum góðum.» Eisini Barzillai Gileaditi var komin oman úr Rógelim til tess at flyta kong yvir um Jórdan. Barzillai var oldingi, áttati ára gamal; meðan Dávid var í Máhanáim, hevði hann fingið vistir av honum; tí at hann átti miklan eyð. Kongur segði nú við Barzillai: «Tú skalt koma við mær, so skalt tú fáa hjá mær í Jerúsalem alt, sum tær tørvar.» Men Barzillai svaraði kongi: «Brátt er mín fjørður rógvin; hví skal eg tá fara við kongi niðan í Jerúsalem? Eg eri nú á áttatiunda ári; man eg duga at síggja mun á góðum og illum, ella man trælur tín kenna smakk av tí, sum hann etur og drekkur, ella man eg longur hoyra rødd sangaranna og rødd songmoyggjanna? Hví skal trælur tín verða kongi, harra mínum, ein byrði? Trælur tín ætlaði bert at fylgja kongi hesa stuttu leið yvir Jórdan, og hví skal eg hava so nógv afturfyri frá kongi? Loyv træli tínum at fara heim aftur; eg vil doyggja í heimbygd míni, har sum grøvin hjá faðir og móður er; og her er trælur tín Kimham; fylgi hann við kongi, harra mínum, og ger við hann, sum tú heldur vera best.» Kongur mælti: «Kimham skal koma við mær, og eg skal gera honum alt, sum tú heldur vera best, og hvørja bøn tína skal eg veita tær.» Síðan fór alt liðið yvir um Jórdan; men kongur steðgaði og myntist við Barzillai og vælsignaði hann. Síðan snúðist Barzillai heim aftur. Kongur fór yvir til Gilgal; og honum fylgdi Kimham og alt Júdalið og helmingurin av Ísraelsliði. Men tá komu allir Ísraelsmenn og søgdu við kong: «Hví hava brøður okkara, Júdamenn, stolið teg og farið við kongi og øllum húsfólki hansara yvir um Jórdan og somuleiðis við øllum monnum Dávids?» Allir Júdamenn svaraðu Ísraelsmonnum: «Kongur er næst skyldur við okkum, hví ilskast tit um tað? Hava vit koyrt kong á ørmundarhús, ella róku vit hann burtur?» Ísraelsmenn svaraðu Júdamonnum og mæltu: «Vit eiga tíggju lutir í kongi; og eisini hava vit frumburðarrættin fram um tykkum. Hví virða tit okkum so lítið? Og bóru vit ikki fyrstir upp á mál at flyta kong heim aftur?» Júdamenn svaraðu tá uppaftur enn hvassligari.
Nú var staddur har Benjaminitin Sjeba Bikrison, eitt bølmenni. Hann læt blása í lúður og mælti: «Vit eiga ongan lut í Dávidi og onga arvagrein í Ísaisyni; fari Ísrael hvør heim í síni tjøld.» Tá rýmdu allir Ísraelsmenn frá Dávidi og bundu felag við Sjeba Bikrison; men Júdamenn fylktu seg um kong sín og fylgdu honum frá Jórdan niðan í Jerúsalem. Og tá ið Dávid kom heim aftur í høll sína í Jerúsalem, tók hann hjákonur sínar tíggju, sum hann hevði latið vera eftir at goyma at høllini, og setti tær í varðhald og veitti teimum vistir; men hann gekk ikki aftur inn til teirra. Soleiðis livdu tær innibyrgdar til deyðadags, eins og einkjur, tó at maður teirra enn var á lívi. Síðan mælti kongur við Ámasa: «Savna mær Júdamenn higar eftir trimum døgum og ver tá sjálvur her.» Ámasa legði tá út at stevna saman Júdamonnum; men tá ið hann drálaði út um ta ásettu tíðina, segði Dávid við Ábisjai: «Nú man Sjeba Bikrison fara at elva okkum meiri vanda enn Absalon. Tak tí menn harra tíns og halt aftan á hann, so at hann fær ikki bjargað sær inn í víggirdar borgir og firrast undan okkum!» So hildu teir avstað úr Jerúsalem, Ábisjai og menn Jóabs og Kretar og Pletar og allar hetjurnar til tess at elta Sjeba Bikrison. Og tá ið teir vóru við hin stóra steinin, sum er í Gibeon, kom Ámasa ímóti teimum. Men Jóab var í brynjubjálva, og uttan yvir hann var hann gyrdur svørði, hvørs slíðrar hingu honum við lið; glapp tá svørðið úr slíðrunum og datt á jørðina. Tá mælti Jóab við Ámasa: «Hvussu veit við, bróðir?» Treiv tá Jóab við høgru hond um skegg Ámasa, sum vildi hann mynnast við hann. Men Ámasa varnaðist ikki svørðið tað, ið Jóab hevði í hinari hondini; og Jóab rendi tað í kvið hansara, so indrini hingu niður á jørð, og var hann deyður alt í einum. Síðan tóku Jóab og Ábisjai, bróðir hansara, at elta Sjeba Bikrison. Men ein av monnum Jóabs varð standandi eftir hjá Ámasa og rópaði: «Hvør, ið hevur tokka í Jóabi og heldur við Dávidi, hann fylgi Jóabi.» Men Ámasa lá og veltist í blóði á miðjum vegnum; og tá maðurin sá, at alt fólkið steðgaði á, dró hann Ámasa út av vegnum og yvir á vøllin og kastaði klæði yvir hann; tí at hann sá, at allir, ið komu fram á hann, vórðu standandi. Men tá ið hann hevði fingið hann út av vegnum, fylgdi hvør maður Jóabi til tess at elta Sjeba Bikrison. Sjeba fór nú um øll ættarkyn Ísraels alt at Ábel-Bet-Máaka, og allir Bikritar savnaðust saman og fylgdu honum. Men hinir komu og kringsettu hann í Ábel-Bet-Máaka og laðaðu virkisgarð ímóti borgini. Og meðan alt liðið hjá Jóabi fekst við at bróta niður borgargarðin, rópaði ein vitug kona oman av borgargarðinum: «Hoyrið, biðið Jóab koma higar; eg vil tala við hann!» Og tá ið hann kom til hennara, spurdi hon: «Ert tú Jóab?» Og tá ið hann svaraði: «Ja,» mælti hon við hann: «Lýð á orð trælkonu tínar!» Hann svaraði: «Eg hoyri.» Tá tók hon so til orða: «Í forðum høvdu menn hetta orðafelli: Spyrjið í Ábel og Dán, um tað er burturdottið, sum álitismenn Ísraels fyriskipaðu? Og nú ætlar tú at avoyða móðurborg Ísraels; hví vilt tú týna arvagrein Harrans?» Jóab svaraði og mælti: «Á ongum sinni vil eg avoyða ella týna; so er ikki ætlan mín; men maður av Efraimfjøllum, Sjeba Bikrison at navni, hevur risið upp móti Dávidi kongi; flýggja mær hann einsamallan, so fari eg burtur frá borgini.» Konan svaraði Jóabi: «Høvur hans skal verða varpað tær út um borgargarðin!» Síðan fór hon og fekk við vitsku síni allar borgarbúgvar til at høgga høvdið av Sjeba Bikrisyni og kastaði Jóabi tað út um borgargarðin. Tá læt Jóab blása í lúðurin, og teir spjaddust burtur frá borgini, og fór hvør heim til sín. Men Jóab snúðist aftur til Jerúsalem til kong. Jóab ráddi nú fyri øllum herinum; Benaja Jójadason fyri Kretum og Pletum. Ádóniram fyri trælunum; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari. Sjeja var skrivari; og Zádok og Ebjatar vóru prestar. Eisini Ira Jáiriti var prestur hjá Dávidi.
Og Dávid flutti Harranum hetta ljóð, ta ferðina Harrin bjargaði honum úr hondunum á øllum fíggindum hans og úr hondum Sáuls. Hann mælti: «Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær; Guð er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvirgangsverki! Lovaður veri Harrin, svá ljóðar róp mítt, frá fíggindum mínum veri eg bjargaður. Deyðans boðabrot vóru kring meg; glatunnar íður skelkaðu meg. Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip var komið á meg. Í trongd míni eg kallaði á Harran, og á Guð mín eg rópaði. Frá høll síni hoyrdi hann rødd mína, og neyðarróp mítt barst fyri oyra hans. Tá titraði jørðin og skalv, kykar gingu fjallanna grundir, skakaðust, tí bræði hans brann. Roykur stóð honum úr nasum út, oyðandi eldur úr munni hans, frá honum geisaðu glóðir. Himinin læt hann síga, og hann steig oman; bølamyrkur var undir fótum hans. Hann reið á kerúbum og fleyg, sveimaði á vindanna veingjum. Myrkur hann sveipaði um seg, huldi seg í mjørka og tjúkk skýggj. Frá ljómanum fyri framman ásjón hans runnu skýggj hans undan. Í himni læt Harrin toruna ganga, hin hægsti læt rødd sína gella. Sínar ørvar sendi hann út, spjaddi tær, snarljósini glampa hann læt og ræddi teir. Tá kom havsins botnur undan, og berar gjørdust jarðarríkis grundir fyri hóttum Harrans, fyri hans vreiðinnar nosi. Hann rætti út hond sína úr erva, greip meg, dró meg upp úr hinum miklu vøtnum. Hann bjargaði mær frá veldigu fíggindum mínum, mínum øvundarmonnum, ið eru mær ov sterkir. Á ógævustund míni teir ráddust á meg; men Harrin var stuðul mín. Hann leiddi meg á víðar ræsur, hjálpti mær, tí at til mín kennir hann tokka. Harrin ger mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína lønir hann mær. Tí at eg havi hildið meg á leiðum Harrans og ikki gjørt meg sekan fyri Guði mínum. Tí at øll boð hans eru mær fyri eygum, og frá boðorðum hans havi eg ikki vikið. Ósekur havi eg fyri honum verið, eg havi meg varað fyri míni synd. Tí lønir Harrin mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína fyri eygum hans. Móti góðum tú góður gerst og móti rættiligum rættiligur. Tú roynist reinur móti reinum og rangvørgur móti hinum svikafulla. Eyðmjúkum fólki tú bjargar; men tey hástóru fært tú at líta niður. Ja, tú, Harri, ert lampa mín, og Guð mín mær birtir ljós í myrkri. Tí at við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á hervirki. Guðs atferð er uttan lýti, orð Harrans er skírt og reint; ein skjøldur er hann øllum teimum, ið leita lívd hjá honum. Ja, hvør er Guð uttan Harrin, og hvør er klettur uttan Guð vár? Sá Guð, ið við styrki meg gyrðir og ger beinan mín veg, ið gevur mær føtur eins og hindin og gevur mær fótafesti uppi á hæddum, ið hond mína venur til víggja, so armar mínir koparbogan spenna. Tú rætti mær tín frelsuskjøldur, mildi tín gjørdi meg sterkan. Tú gjørdi rúmligt fyri fetum mínum, ikki eg skinklaði í øklum. Eg elti fíggindar mínar og tók teir aftur, snúðist ikki við, fyrr enn teir vóru týndir. Eg oyddi teir og sorlaði teir, so teir ikki reistust aftur, mær til fóta teir fullu. Til bardaga tú gyrdi meg við styrki, mínar mótstøðumenn nívdi tú mær undir føtur. Tú lætst meg síggja fíggindar mínar á bakið, mínar øvundarmenn eg týndi av lívi. Teir rópaðu, men eingin hjálpti, til Harrans, men hann svaraði teim ikki. Eg smildraði teir eins og dustið á jørðini, eins og skarn á gøtum eg traðkaði teir niður. Tú bjargaði mær úr fólkanna stríðum, gjørdi meg høvdinga at tjóðum. Tjóðir, eg ikki kendi, mær tæna. Útlendskir krúpa fyri mær; bert teir hoyra um meg, eru teir mær lýdnir. Útlendskir koma burtur í einki, koma piprandi út úr skýlum sínum. Heilur og sælur Harrin! Signaður klettur mín! Hálovaður frelsunnar Guð mín! Sá Guð, ið veitir mær hevnd og letur tjóðir lúta undir mær, bjargar mær frá fíggindum mínum. Tú hevjar meg upp um mótstøðumenn mínar og veitir móti yvirgangsmonnum hjálp. Harfyri lovsyngi eg tær, Harri, og hálovi navn títt fólkanna millum, sum veitir kongi tínum mikla hjálp og miskunnar hinum salvaða tínum, Dávidi og ætt hans allar ævir.»
Hesi eru síðstu orð Dávids: Svá mælir Dávid Ísaison, svá mælir maðurin, ið hátt er settur, hin salvaði Jákups Guðs, hetjan í Ísraels kvæðum: Andi Harrans talaði í mær, orð hans vóru mær á tungu løgd; Jákups Guð talaði við meg, klettur Ísraels mælti: «Hann, ið ræður fyri monnum í rættlæti og stjórnar í gudsótta, hann ljómar eins og morgunroðin, eins og hin skíra morgunsól, ið fær urtir at spretta úr mold eftir regn. Soleiðis er jú hús mítt fyri Guði; tí at hann hevur gjørt ævigan sáttmála við meg, greiðan og álítandi í øllum førum. Ja, alt, sum er mær til frelsu og hugnað, letur hann vaksa. Men bølmenni eru øll eins og burturtveittir tornir, eingin tekur um teir við hondunum. Eingin nertir við teir uttan við vápnum av jarni; í eldinum verða teir brendir.» Hetta eru nøvnini á hetjum Dávids: Ísjbosjet Hakmoniti, oddamaður teirra tríggja; tað var hann, ið brá svørði sínum yvir átta hundrað vignum í senn. Honum næstur av teimum hetjum trimum var Eleazar Dódison Áhohiti. Hann var við Dávidi í Pas-Dammim ta ferðina, tá ið Filistar savnaðust har til orrustu; og tá ið Ísraelsmenn hildu undan, stóð hann við og vá Filistar, til hond hansara møddist og kreptist føst at svørðinum. Tann dagin veitti Harrin miklan sigur; men fólkið snúðist aftan á hann bert til at ræna teir vignu. Næstur honum var Sjamma Ágason Hárariti; einaferð savnaðust Filistar í Leki, har ein jarðarteigur var alvaksin við flatbønir. Men tá ið fólkið flýddi undan Filistum, tók hann støðu á miðjum teigi, vardi hann og vann sigur á Filistum; soleiðis veitti Harrin miklan sigur. Einaferð fóru tríggir av teim tríati oman í hamarin til Dávids í Ádullamhellinum, meðan Filistar lógu í herbúðum í Refaimdali. Dávid var tá í fjallavirkinum, men varðhald Filista stóð við Betlehem. Tá kom tosti á Dávid, og hann mælti: «Hvør vil bera mær vatn úr brunninum við borgarliðið í Betlehem?» Tá brutu hetjurnar tríggjar sær rás gjøgnum herbúðir Filista, oystu vatn upp úr brunninum, ið er við borgarliðið í Betlehem, og tóku tað aftur við sær til Dávids; hann vildi tá ikki drekka tað, men úthelti tað fyri Harranum og mælti: «Harrin haldi mær frá tílíkari gerð! Skal eg drekka blóð teirra manna, ið settu lívið í váða?» Og ikki vildi hann drekka tað. Hetta roysnið gjørdu hinar hetjurnar tríggjar. Ábisjai Zerujuson, bróðir Jóabs, var oddamaður hinna tríati. Hann brá spjóti sínum yvir trý hundrað vignum og var navngitin millum hinna tríati. Hann var í miklum mæti hjá teim tríati og varð oddamaður teirra; men við hinar tríggjar kundi hann ikki javnbjóða seg. Benaja Jójadason úr Kabzeel var reystmenni og navnframur fyri avreksverk síni; hann vá báðar synir Áriels Móabita; og tað var hann, sum hin kavadagin fór niður í brunnin og drap ljónið. Og tað var hann, ið vá hin yvirvaksna Egyptan, ið hevði spjót í hendi; men hann fór ímóti honum einans við stavi í hendi, tók spjótið av honum og drap hann við hansara egna spjóti. Hesi avreksverk vann Benaja Jójadason; og hann var navnframur millum hinna tríati hetjanna. Hann var frægur millum hinna tríati; men teir tríggjar kundi hann ikki javnbjóða seg við. Dávid setti hann yvir lívverjuna. Millum hinna tríati vóru eisini Ásahel, bróðir Jóabs, Elhanan Dódoson úr Betlehem, Sjamma úr Hárod. Elika úr Hárod, Helez úr Paltit, Ira Ikkesjson úr Tekoa, Ábiezer úr Ánatot, Sibbekai úr Husja, Zalmon úr Áho, Máharai úr Netofa, Heled Báanason úr Netofa, Ittai Ribaison av Benjamins ættargrein úr Gibeu, Benaja úr Piraton, Hiddai úr Náhale-Gáasj; Áhibáal úr Árába, Azmavet úr Báhurim, Eljaba úr Sjáalbon, Jásjen úr Guna, Jónatan Sjammason úr Hárar, Áhiam Sjárarsson úr Hárar. Elifelet Áhazbaison úr Bet-Máaka, Eliam Ákitofelsson úr Gilo, Hezro av Karmel, Páarai úr Árab, Jigal Nátansson úr Zóba, Báni úr Gád, Zelek úr Ammon, Náharai úr Beerot, skjaldsveinur Jóabs Zerujusonar, Ira úr Jattir, Gáreb úr Jattir, Uria Hetiti – tilsamans tríati og sjey.
Men bræði Harrans tók aftur at brenna móti Ísrael; og hann eggjaði Dávidi upp ímóti teimum, við tað at hann beyð honum at fara og telja Ísrael og Júda. Og kongur mælti við Jóab og herhøvdingar sínar: «Farið um øll ættarkyn Ísraels, frá Dán til Beersjebu og teljið fólkið, so at eg fái at vita talið á tí.» Jóab svaraði kongi: «Harrin, Guð tín, margfaldi fólkið hundrað ferðir og lati hann kong, harra mín, síggja tað við egnum eygum – men hví vil nú kongur, harri mín, gera hetta?» Men Jóab og herhøvdingarnir máttu gera, sum kongur beyð. Síðan fóru Jóab og herhøvdingarnir út frá kongi til tess at fara um og fáa manntal á Ísraelsfólki. Teir fóru yvir um Jórdan og byrjaðu við Ároer og borgini, sum er í dalinum, hildu síðan ferðini móti Gát og Jázer og komu til Gilead og inn í landið hjá Hetitum námindis Kádesj; síðan fóru teir til Dán og frá Dán til Zidon. Haðan komu teir at Týrusvirkinum og øllum borgum Hivita og Kánáanita; síðan fóru teir til Beersjebu í suðurlandinum í Júda. Tá ið teir eftir níggju mánaðir og tjúgu dagar høvdu farið um alt landið, komu teir aftur til Jerúsalem. Og Jóab flutti kongi talið á fólkinum: Av Ísrael átta hundrað túsund mans førir til víggja og av Júda fimm hundrað túsund mans. Men tá ið Dávid hevði latið telja fólkið, gekk samvitskuófriður á hann; og hann segði við Harran: «Stórum havi eg syndað í tí, sum eg havi gjørt; men fyrigev nú, Harri, misgerð tænara tíns; tí at eg havi gjørt eitt dáraverk!» Men tá ið Dávid morgunin eftir fór upp, kom orð Harrans til Gáds profets, síggjara Dávids, soljóðandi: «Far og sig við Dávid: Svá sigur Harrin: Tríggjar kostir leggi eg fyri teg; kjósa ein teirra, og eg vil lata tað henda.» Tá fór Gád og segði Dávidi frá hesum og mælti við hann: «Kjósa nú, um hungur skal koma yvir land títt í trý ár, ella at tú skalt vera á flótta í tríggjar mánaðir, eltur av fíggindum tínum, ella at drepsótt skal leika í landi tínum í tríggjar dagar. Hugsa nú um hetta og sig mær, hvat ið eg skal svara honum, ið meg sendi.» Dávid svaraði Gád: «Nú elvist mær mikil vandi, men heldur skulum vær falla í hendur Harrans; tí at mikil er miskunn hans; men í mannahendur vil eg ikki falla.» Dávid kjósaði tá drepsóttina; og um hveitiskurðartíð byrjaði sóttin at herja á fólkið og drap frá Dán til Beersjebu sjeyti túsund av fólkinum. Men tá ið eingilin rætti út hond sína móti Jerúsalem til tess at oyða borgina, iðraði Harrin seg eftir tí illa; og hann segði við eingilin, ið oyddi fólkið: «Nú er nóg mikið; tak hondina til tín.» Tá var eingilin komin at treskivøllinum hjá Áravna Jebusita. Men tá ið Dávid sá, hvussu eingilin drap fólkið, segði hann við Harran: «Tað eri eg, sum havi syndað og eri farin skeivur; men hasir seyðirnir – hvat hava teir gjørt? Legg tí heldur hond á meg og ættarmenn mínar!» Sama dag kom Gád til Dávids og mælti við hann: «Far niðan og reis altar á treskivøllinum hjá Áravna Jebusita.» Og lýðin orðum Guðs fór Dávid niðan og gjørdi, sum Harrin hevði boðið. Men Áravna fekst við at treskja korn; og tá ið hann leit seg um og bar eyga við kong og menn hansara, ið komu niðan til hansara, fór hann og fell til jarðar fram á ásjón sína fyri kongi og mælti: «Hví kemur kongur, harri mín, higar at vitja træl sín?» Dávid svaraði: «Til tess at keypa av tær treskivøllin og reisa Harranum altar, so sóttin má lætta av fólkinum.» Tá segði Áravna við Dávid: «Kongur, harri mín, taki og ofri tað, ið honum toknast! Her eru oksarnir til brennioffurs og treskisleðurnar og aktólið til brenniviðar. Trælur harra míns, kongsins, gevur kongi hetta alt samalt.» Og Áravna mælti við kong: «Harrin, Guð tín, veri tær náðigur.» Men Dávid svaraði Áravna: «Nei, tað verður av ongum; men eg vil keypa tað av tær fyri fult virði; ikki vil eg ofra Harranum, Guði mínum, sum brennioffur nakað, sum eg havi fingið fyri einki.» Síðan keypti Dávid treskivøllin og oksarnar fyri fimmti siklar í silvuri. Og Dávid reisti Harranum har altar og ofraði brennioffur og takkaroffur. Tá miskunnaði Harrin landinum, og sóttin lætti av fólkinum.
Dávid kongur var nú gamal og hevði nógv ár á baki; og tó at hann varð ballaður inn í klæði, fekst hann ikki at orna. Tá søgdu tænarar hansara við hann: «Kongi, harra mínum, eigur at verða fingin til handa einhvør ung moyggj, ið kann tæna kongi og hugla um hann; tá ið hon svevur við barm tín, man kongur, harri mín, fara at orna.» So leitaðu teir eftir vakrari ungari gentu í øllum Ísraels landi og funnu Ábisjag úr Sjúnem; hana leiddu teir inn fyri kong. Hon var frálíka vøkur genta; og hon huglaði um kongin og tænti honum, men kongur nam hana ikki. Ádónija, sonur Haggitar, gjørdist hástórur og hugsaði við sær: «Eg vil vera kongur.» Og hann fekk sær vagnar og ross og fimmti mans at renna framman fyri sær. Ongantíð hevði faðir hansara revsað hann og sagt við hann: «Hví hevst tú at tílíkum?» Eisini var hann frálíka fríður í ásjón og á aldri næstur Absaloni. Hann samráddist við Jóab Zerujuson og við Ebjatar prest; og teir bundu felag við Ádónija. Men Zádok prestur og Benaja Jójadason og Nátan profetur og Simei og Rei og hetjur Dávids hildu ikki við Ádónija. Ádónija slátraði nú smalur og stórdýr og gøðingardjór við Ormasteinin, ið er við Rógel keldu; og øllum brøðrum sínum, kongssonunum og øllum Júdamonnum, ið tæntu kongi, beyð hann við; men Nátani profeti og Benaja og hetjunum og Sálomoni, bróður sínum, beyð hann ikki við. Tá mælti Nátan profetur við Batsebu, móður Sálomons: «Hevur tú ikki frætt, at Ádónija, sonur Haggitar, er vorðin kongur, og Dávid, harri okkara, veit ikki av tí? Men nú skal eg leggja tær ráð, til tess at tú og sonur tín Sálomon mega bjarga lívinum: Far inn fyri Dávid kong og sig við hann: Heitti tú, kongur, harri mín, ikki trælkonu tíni við eiðargerð, at Sálomon, sonur tín, skuldi verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum – hví er tá Ádónija nú vorðin kongur? Og meðan tú enn stendur og talar við kong, komi eg inn aftan á teg og staðfesti orð tíni.» Síðan gekk Batseba inn fyri kong í svøvnskemmuna; men kongur var tá ógvuliga gamal; og Ábisjag úr Sjúnem huglaði um hann. Og tá ið Batseba fell á knæ og lútaði kongi, mælti kongur: «Hvat vilt tú?» Hon svaraði honum: «Harri mín, tú hevur svorið trælkonu tíni um Harran, Guð tín, at Sálomon, sonur tín, skal verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum, men nú er Ádónija vorðin kongur; og tú, kongur, harri mín, veitst av ongum. Hann hevur slátrað nøgdir av oksum, gøðingardjórum og smalum; og øllum kongssonunum og Ebjatari presti og Jóabi herhøvdinga hevur hann boðið við; men Sálomoni, træli tínum, hevur hann ikki boðið við. Og nú, kongur, harri mín, horva øll eygu í Ísrael at tær, til tess at tú skalt kunngera, hvør ið sita skal í hásæti kongsins, harra míns, eftir teg. Annars verður mær og Sálomoni, syni mínum, vandi til handa, tá ið kongur, harri mín, er farin til hvíldar hjá fedrum sínum.» Men meðan hon enn talaði við kong, kom Nátan profetur. Tá varð sagt fyri kongi: «Nátan profetur er komin higar.» Gekk hann tá inn fyri kong og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi. Og Nátan mælti: «Hevur tú, kongur, harri mín, sagt, at Ádónija skal verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum? Tí at hann er farin oman í dag og hevur slátrað nøgdir av oksum og gøðingardjórum og smalum; og øllum kongssonunum og herhøvdingunum og Ebjatari presti hevur hann boðið við; sita teir nú og eta og drekka saman við honum og rópa: Ádónija kongur livi! Men hvørki mær, træli tínum, ella Zádoki presti ella Benaja Jójadasyni ella Sálomoni, træli tínum, hevur hann boðið við. Manst tú, kongur, harri mín, hava skipað fyri hesum og ikki hava kunngjørt trælum tínum, hvør ið sita skal í hásæti kongsins, harra míns, eftir teg?» Tá tók Dávid kongur til orða og mælti: «Rópið mær Batsebu.» Gekk hon tá inn fyri kong og varð standandi frammi fyri honum. Tá svór kongur og mælti: «So satt sum Harrin livir, ið bjargað mær hevur úr øllum vanda: Havi eg áður svorið tær um Harran, Guð Ísraels, at sonur tín skuldi verða kongur eftir meg og sita í hásæti mínum í mín stað, so vil eg staðfesta tað í dag!» Tá fell Batseba fram á ásjón sína til jarðar, lútaði kongi og mælti: «Dávid kongur, harri mín, livi um allar ævir!» Tá mælti Dávid kongur: «Rópið mær Zádok prest, Nátan profet og Benaja Jójadason!» Og teir gingu inn fyri kong. Og kongur segði við teir: «Takið við tykkum menn harra tykkara, setið Sálomon upp á múldjór mítt og farið við honum oman til Gihon. Har skulu Zádok prestur og Nátan profetur salva hann til kong yvir Ísrael; blásið síðan í lúðurin og rópið: Sálomon kongur livi! Fylgið honum síðan higar, og tá ið hann er komin higar, skal hann setast í hásæti mítt og verða kongur í mín stað, tí at hann havi eg skipað til at verða høvdingi yvir Ísrael og Júda.» Tá svaraði Benaja Jójadason kongi og mælti: «Veri tað so! Harrin, Guð harra míns, man vissuliga útinna tað! Eins og Harrin hevur verið við kongi, harra mínum, soleiðis veri hann nú við Sálomoni og hevji hásæti hansara hátt yvir hásætið hjá Dávidi kongi, harra mínum!» Tá fóru teir Zádok prestur og Nátan profetur, Benaja Jójadason og Kretar og Pletar og settu Sálomon upp á múldjór Dávids kongs og fóru við honum til Gihon. Og Zádok prestur tók oljuhornið úr tjaldinum og salvaði Sálomon. Tá blástu teir í lúður, og alt fólkið rópaði: «Sálomon kongur livi!» Síðan fylgdi alt fólkið honum heim aftur við ljóðpípum og miklum fagnaðarrópum, so at jørðin mundi rivnað av rópum teirra. Hetta hoyrdu Ádónija og gestir hansara, beint sum teir høvdu lokið máltíðina. Og tá ið Jóab hoyrdi lúðraljómin, spurdi hann: «Hvat er hetta fyri glymur í borgini?» Men meðan hann talaði, kom Jónatan, sonur Ebjatars prests, rennandi. Tá rópaði Ádónija: «Kom higar; tí at tú ert álitismaður og manst flyta góð tíðindi!» Jónatan svaraði Ádónija og mælti: «Nei, Dávid, harri okkara, hevur skipað Sálomon til at vera kongur. Kongur sendi Zádok prest og Nátan profet, Benaja Jójadason og Kretar og Pletar við honum. Og Zádok prestur og Nátan profetur salvaðu hann til kong í Gihon og fylgdu honum síðan heim haðan við fagnaðarrópum; harav stóðst rómur í borgini; og hetta var tann glymur, sum tit hoyrdu. Eisini er Sálomon longu setstur í kongshásætið. Og somuleiðis komu tænarar kongs og bóðu Dávid kong, harra okkara, vera sælan og søgdu: Gævi Guð geri Sálomon navnframari enn teg og lati hásæti hans verða hægri enn hásæti títt! Tá lútaði kongur í bøn á legu síni og mælti soleiðis: Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, sum skipað hevur í dag eftirmann í hásæti mítt og hevur latið mær eydnast at síggja tað!» Tá kom ræðsla á allar gestir Ádónija; teir hildu avstað og hildu hvør sína leið. Og so óttafullur varð Ádónija fyri Sálomoni, at hann tók til beins og treiv um altarshornini. Og tá ið hetta varð sagt fyri Sálomoni kongi, at Ádónija ræddist hann so illa, at hann hevði trivið um altarshornini og mælt: «Sálomon kongur svørji mær í dag, at hann ikki vil taka træl sín av lívi,» tá svaraði Sálomon: «Roynist hann reystur, skal ikki hár falla til jarðar av høvdi hans; men roynist hann illmenni, skal hann týna lívið!» Síðan beyð Sálomon kongur at taka hann frá altarinum; og tá ið hann kom og fell Sálomoni kongi til kníggja, segði Sálomon við hann: «Far nú heim til tín sjálvs!»
Tá ið deyðadagur Dávids nærkaðist, legði hann Sálomoni, syni sínum ríkan við og segði: «Eg fari nú ta leið, sum alt her á fold má fara; men ver nú hugdjarvur og lat tað síggjast, at tú ert maður! Og gæta tað, ið Harrin, Guð tín, býður, so at tú gongur á vegi hans og varðveitir lógir hans, boðorð, fyriskipanir og vitnisburðir, eins og skipað er í Móselóg, til tess at tær má farast væl í øllum, sum tú hevst at, og hvar tú so fert, so at Harrin má evna orð síni, sum hann talaði til mín, tá ið hann segði: Um synir tínir varða um veg sín og ganga í sannleika fyri ásjón míni av heilum huga og allari sál, tá skal ikki vanta tær eftirmaður í hásæti Ísraels! Tú veitst eisini sjálvur, hvat ið Jóab Zerujuson hevur gjørt mær, hvussu hann fór við báðum herhøvdingum Ísraels, Ábneri Nerssyni og Ámasa Jeterssyni, sum hann myrdi og soleiðis helti út blóð í friðartíð og dálkaði beltið um lendar mínar og skógvarnar um føtur mínar við sakleysum blóði. Nýt nú fróðskap tín og lat ikki hansara gráu hár fara í friði niður í helheim! Men sonum Barzillai Gileadita skalt tú sýna mildi og lata teir vera millum teirra, ið eta við borð títt, tí at soleiðis komu teir ímóti mær ta ferðina, tá ið eg flýddi undan Absaloni, bróður tínum. Eisini hevur tú hjá tær Benjaminitan Simei Gerason úr Báhurim, sum las oman yvir meg øgiligar illbønir hina ferðina, tá ið eg fór til Máhanáim. Og tá ið hann seinni kom oman at Jórdan ímóti mær, svór eg honum so dýran um Harran og segði: Ikki skal eg taka teg av lívi! Men tú skalt ikki lata hann sleppa undan revsing; tí at tú ert vitur maður og manst vita, hvussu tú eigur at fara við honum, so at hansara gráu hár fara blóðdálkað niður í helheim.» Síðan legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini. Í fjøruti ár hevði Dávid verið kongur yvir Ísrael; í Hebron ráddi hann í sjey ár og í Jerúsalem tríati og trý. Síðan settist Sálomon í hásæti Dávids, faðirs síns; og kongsdømi hansara megnaðist í hvørjum. So ein dagin fór Ádónija, sonur Haggitar, inn til Batsebu, móður Sálomons, og tá ið hon spurdi hann, um hann kom við friði, játtaði hann og mælti: «Eg havi nakað at tala við teg um.» Og hon segði: «Tala!» Tá mælti hann: «Tú veitst sjálv, at kongsdømið av rættum hoyrdi mær til, og at allur Ísrael leit at mær sum kongsevni; men nú er øðrvísi vorðið, tí at Harrin hevur snúð bróður mínum ríkið til handar. Men nú fari eg at biðja teg um eitt, sum tú mást ikki sýta mær.» Hon segði við hann: «Tala!» Tá mælti hann: «Tala við Sálomon kong – tí at ikki man hann vísa tær burtur – um at geva mær Ábisjag úr Sjúnem til konu.» Batseba svaraði: «Fegin skal eg tala við kong um mál títt.» Síðan fór Batseba at finna Sálomon kong á máli um Ádónija. Kongur reis og fór ímóti henni, lútaði henni og settist aftur í hásæti sítt; síðan læt hann tignarstól seta fram fyri kongsmóðurina, ið sessaðist honum til høgru handar. Tá mælti hon: «Eg komi til tín við eini lítlari bøn; ikki mást tú vísa mær burtur.» Kongur segði við hana: «Sig mær bøn tína, móðir mín; ikki skal eg vísa tær burtur.» Tá mælti hon: «Lat Ádónija, bróður tín, fáa Ábisjag úr Sjúnem til konu.» Sálomon kongur svaraði og segði við móður sína: «Hví biður tú bert um Ábisjag úr Sjúnem Ádónija til handar? Bið heldur um kongsríkið til hansara; tí at hann er elsti bróðir mín, og við honum halda Ebjatar prestur og Jóab Zerujuson!» Tá svór Sálomon kongur við Harran og mælti: «Guð agi meg bæði á ein og annan hátt nú og framvegis, um ikki Ádónija skal bøta við lívinum fyri hetta orð! Og nú, so satt sum Harrin livir, ið mær hevur givið vald og sett meg í hásæti Dávids, faðirs míns, og hevur reist mær hús, eins og hann hevði lovað: Ádónija skal týna lívið og tað í dag!» Síðan sendi Sálomon kongur Benaja Jójadason at drepa hann; soleiðis læt Ádónija lív sítt. Men við Ebjatar prest segði kongur: «Far tær aftur á búgv títt í Ánatot; tú átti at latið lív; men á hesum degi vil eg ikki taka teg av lívi, tí at tú hevur borið ørk Harrans, drottins, fyri Dávidi, faðir mínum, og allar tær neyðir, ið faðir mín mátti líða, leiðst tú saman við honum!» Síðan rak Sálomon Ebjatar burtur, so at hann ikki longur skuldi vera prestur fyri Harranum, til tess at orð Harrans skuldu ganga út, ið hann hevði talað um hús Eli í Silo. Men tá ið Jóab, sum hevði bundið felag við Ádónija og ikki við Absalon, fekk fregn um hetta, flýddi hann at tjaldi Harrans og treiv um altarshornini. Men tá ið Sálomon kongur frætti, at Jóab var flýddur inn í tjald Harrans og stóð við altarið, beyð hann Benaja Jójadasyni fara og veita honum banahøgg. Benaja Jójadason kom tá at tjaldi Harrans og segði við hann: «So býður kongur: Kom út haðan!» Men hin svaraði: «Nei, her vil eg doyggja!» Benaja fór tá og segði fyri kongi, hvussu Jóab hevði svarað. Men kongur segði við hann: «Ger, sum hann bað teg; drep hann og jarða hann og reinsa soleiðis av mær og ætt míni tað blóð, sum hann úthelti fyri onga søk; Harrin letur blóðsekt hans koma oman yvir hann sjálvan, fyri at hann vá tveir menn, ið rættvísari og betri vóru enn hann: Ábner Nersson, herhøvdinga Ísraels, og Ámasa Jetersson, herhøvdinga Júda, sum hann drap við svørði, uttan at Dávid, faðir mín, visti av; nú man blóð teirra koma oman yvir Jóab og avkom hans um allar ævir; men Harrin skal lata Dávid og avkom hans og hús og hásæti hans hava frið um allar ævir!» Tá fór Benaja Jójadason og veitti honum banahøgg; og hann varð jarðaður í húsi sínum í oyðimørkini. Kongur skipaði nú Benaja Jójadason herhøvdinga í Jóabs stað, og Zádok prest skipaði hann í Ebjatars stað. Síðan sendi kongur boð eftir Simei og segði við hann: «Bygg tær hús í Jerúsalem, búgv har og far als ikki burtur haðan! Tí at tað skalt tú vita, at tann dag tú fert haðan og gongur yvir um ánna Kedron, ert tú feigmaður! Skal tá blóð títt koma oman yvir høvur títt!» Simei svaraði kongi: «Hetta hóvar mær væl; eins og kongur, harri mín, hevur sagt, vil trælur tín gera.» Síðan búði Simei langa tíð í Jerúsalem. Men tá ið trý ár vóru umliðin, bar so á, at tveir trælir hjá Simei rýmdu til Ákisj Máakasonar, kongs í Gát. Og tá ið Simei frætti, at trælir hansara vóru í Gát, búði hann seg til, saðlaði asna sín og fór til Gát til Ákisj eftir trælum sínum; og Simei fór og kom heim aftur við trælum sínum úr Gát. Tá ið Sálomon frætti, at Simei var farin úr Jerúsalem til Gát og heim aftur komin, sendi hann boð eftir Simei og segði við hann: «Havi eg ikki latið teg svørja við Harran og lagt tær dýrt við og sagt: Vita skalt tú fyri vist, at tann dag, tú fert nakrar aðrar staðir burtur, ert tú feigmaður. Og tú svaraði mær: Eg havi hoyrt og latið mær tað væl líka. Hví hevur tú ikki hildið tann eið, ið svorin var Harranum, og tað boð, sum eg gav tær?» Framvegis segði kongur við Simei: «Tú veitst sjálvur um alt tað illa, ið tú hevur gjørt Dávidi, faðir mínum; nú letur Harrin ilsku tína koma oman yvir sjálvan teg; men Sálomon kongur skal signast, og hásæti Dávids standa støðugt fyri ásjón Harrans um allar ævir!» Síðan beyð kongur Benaja Jójadasyni at fara og drepa hann; og soleiðis læt hann lív.
Tá ið Sálomon hevði fingið fastar tøkur á kongsvaldinum, bant hann mágskap við Fárao, kong í Egyptalandi, við at giftast við dóttur hansara, og hann flutti hana niðan í Dávidsborgina, til hann var liðugur at byggja hús sítt og hús Harrans og borgargarðin kring um Jerúsalem. Men fólkið ofraði enn á offurheyggjunum; tí at enn var ikki bygt navni Harrans nakað hús. Og Sálomon elskaði Harran, so at hann lýðin fylgdi fyriskipanum Dávids, faðirs síns. Tó ofraði hann sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Eina ferð fór kongur til Gibeon til at ofra har; tí at har var aðaloffurheyggjurin; túsund brennioffur ofraði Sálomon á tí altari. Tá birtist Harrin fyri Sálomoni í dreymum á nátt. Og Guð segði: «Hvat tú vilt hava, vil eg geva tær.» Sálomon svaraði: «Tú sýndi faðir mínum Dávidi, tænara tínum, mikla góðvild, av tí at hann gekk fyri ásjón tíni í trúfesti og rættlæti og tænti tær av heilum huga; tessvegna lætst tú hesa miklu miskunn verða verandi yvir honum og gavst honum son, ið nú situr í hásæti hans. Og nú hevur tú, Harrin, Guð mín, sett meg, tænara tín, sum kong í stað Dávids, faðirs míns, men eg eri blaðungur og dugi valla at stýra mínum fetum; og her standi eg, tænari tín, mitt í fólki tínum, ið tú útvaldi tær, eitt fólk so fjølment, at ikki tal fæst á tí, og so stórt, at tað ber av allari metan. Gev tí tænara tínum hoyriligt hjarta til at døma fólk títt og skynsemi til at greina gott frá illum, tí at hvør er førur fyri at døma hetta fjølmenta fólk títt?» Harranum líkaði væl, at Sálomon bað um hetta. Og Guð segði við hann: «Av tí at tú baðst um hetta og ikki baðst um langt lív og nógvar ognir ella um lív fígginda tína, men baðst um skynsemi til at døma rættvíst, so vil eg gera tær til vildar og geva tær vit so bjart og stórt, at javnlíki tín ikki hevur verið undan tær og ongantíð man koma eftir teg. Umframt gevi eg tær eisini tað, sum tú ikki baðst um, bæði ognir og heiður, so at eingin kongur kann javnbjóða seg við teg alla ævi tína. Og um tú gongur leiðir mínar og varðveitir fyriskipanir og boðorð míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi, so skal eg geva tær langt lív.» Tá vaknaði Sálomon, og sí, tað var dreymur. Og tá ið hann var komin aftur til Jerúsalem, gekk hann fram fyri sáttmálaørk Harrans og ofraði brennioffur og takkaroffur og gjørdi drykkjuveitslu fyri øllum tænarum sínum. Um tað leitið komu tvey kvøldarvív og gingu inn fyri kong. Onnur konan mælti: «Hoyr meg, harri mín; eg og handa konan har búgva saman; og heima í húsi okkara føddi eg barn, meðan hon var hjá. Men triðja dagin eftir barnferð mína føddi handa konan eisini barn; og vit vóru saman og eingin annar hjá okkum í húsinum, vit vóru tvær einar í húsi. So eina náttina doyði sonurin hjá hasi konuni, av tí at hon hevði lagt seg á hann. Men á miðjari nátt, meðan trælkona tín lá í fasta svøvni, fór hon upp og tók son mín undan liðini og legði hann at brósti hjá sær, men deyða son sín legði hon at brósti hjá mær í staðin. Og tá ið eg um morgunin fór upp og ætlaði at geva syni mínum bróst, sí, tá var hann deyður; men tá ið eg hugdi gjøllari at honum seinni um morgunin, sí, tá var tað ikki sonur mín, hann, sum eg hevði átt.» Men hin konan segði: «Nei, hin livandi er sonur mín, men hin deyði er sonur tín!» Og henda segði: «Nei, hin livandi er sonur mín; men hin deyði er sonur tín!» Soleiðis munnkýttust tær frammi fyri kongi. Tá mælti kongur: «Henda sigur: Hesin, ið livir, er sonur mín; hin deyði er sonur tín! Og handa sigur: Nei, nei, hin deyði er sonur tín; men hin livandi er sonur mín!» Og kongur segði: «Fáið mær svørð!» Og tá ið teir høvdu borið kongi svørðið, mælti hann: «Høggið barnið, ið livir, sundur í tógvar lutir, so at hvør teirra fær sín helmingin!» Tá vaknaði móðurkærleikin hjá henni, sum átti tað livandi barnið; og hon mælti: «Hoyr meg, harri mín; men gev henni tað livandi barnið og drep tað tó ikki.» Men hin mælti: «Hvørgin okkara eigur at fáa tað! Høgg tað sundur!» Tá tók kongur til orða og mælti: «Gevið henni barnið, ið livir, og drepið tað tó ikki; tí at hon er móðir tess!» Og allur Ísrael hoyrdi um dómin, ið Sálomon hevði dømt; og teir óttaðust fyri kongi; tí at teir sóu, at hann hevði guddómligan vísdóm til at døma.
Sálomon var nú kongur yvir øllum Ísrael. Hesir vóru hægstu embætismenn hansara: Ázarja Zádoksson var prestur. Elihóref og Áhija Sjisjasynir vóru skrivarar; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari. Benaja Jójadason var herhøvdingi, Zádok og Ebjatar vóru prestar. Ázarja Nátansson var høvuðsfúti, og Zábud Nátansson var vinmaður kongs. Áhisjar var drottseti, og Ádóniram Abdason hevði umsjón við skylduvinnuni. Somuleiðis hevði Sálomon úti um allan Ísrael tólv fútar, ið skuldu fáa kongi og húsi hansara vistir til vegar, hvør teirra ein mánað á hvørjum ári. Hesi vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efraims fjøllum; Ben-Deker í Mákaz og Sjáalbim, Bet-Sjemesj og Elon alt at Bet-Hánan; Ben-Hesed í Árubbot valdaði Sóko og øllum Hefer landi; Ben-Ábinadab hevði alt Dór-hálandið undir sær; hann hevði Táfat, dóttur Sálomons, til konu. Báana Áhiludsson hevði undir sær Táanak og Megiddo og alt Bet-Sjean uppi við Záretan fyri niðan Jizreel frá Bet-Sjean alt at Ábel-Mehóla yvir um Jokmeam. Ben-Geber í Rámot í Gilead hevði undir sær tjaldbygdir Jáirs Manassesonar í Gilead; hann hevði eisini undir sær landslutin Argob í Básjan, seksti stórar borgir við borgargørðum og lokum av kopari. Áhinadab Iddoson í Máhanáim; Áhimáaz í Naftali; eisini hann var giftur við eini dóttur Sálomons, Básemat; Báana Husjaison í Ásjer og Bealot; Jósjafat Páruason í Issakar; Sjimei Elason í Benjamin; Geber Uriason í Gáds landi, landinum, ið Sihon, kongur Ámorita, og Og, kongur í Básjan, høvdu valdað. Hann var einsamallur fúti har í landinum. Júda og Ísrael vóru tá á sinni fjølmentir sum sandurin við sævarflóð; teir ótu og drukku og hildu sær at gaman. Sálomon valdaði øllum ríkjum frá Ánni til Filistalands og til markaskil Egyptalands; og teir komu við gávum og tæntu Sálomoni alla ævi hans. Sálomoni turvdi dagliga til matna tríati kor av hveiti, seksti kor av grovum mjøli, tíggju gøðingaroksar, tíggju hagaoksar og hundrað smalur umframt hjørtir, skógargeitir, dáhjørtir og gøddar fuglar. Tí hann valdaði øllum landi fyri vestan Ánna frá Tifsa alt at Gaza, øllum kongunum fyri vestan Ánna, og bant frið við øll grannalond, so at Júda og Ísrael búðu í trygdum, hvør maður undir sínum vínberjatræi og fikutræi frá Dán alt at Beersjebu alla ævi Sálomons. Sálomon hevði fjøruti túsund pør av hestum fyri vagnum og tólv túsund reiðhestar. Og áðurnevndu fútar fingu Sálomoni kongi og øllum borðgestum hans vistir til vegar hvør í sínum mánaði; og einki lótu teir skorta. Og bygg og hoyggj til ross og akdjór flutti hvør teirra eftir skyldu síni hagar, sum kongur var. Og Guð gav Sálomoni vísdóm og ovurmikla vitsku og skynsemi ómetaligt sum sandin við sævarflóð, so at vísdómur Sálomons var størri enn vísdómur alra Eysturbúgva og størri enn vísdómur Egyptalands. Hann var alra manna vitrastur, ja, vitrari enn Etan Ezraiti og Heman, Kalkol og Darda Máholssynir; og var hann navngitin hjá hvørji tjóð har um leið. Hann gjørdi trý túsund orðtøk, og sangir hans vóru eitt túsund og fimm í tali. Hann sang um trøini alt frá sedristrænum á Libanon og til ýsopsins, ið veksur út úr vegginum; og hann kvað um fæ og fuglar, skriðkykt og fiskar. Og menn komu av øllum tjóðum at hoyra vísdóm Sálomons, kongar úr øllum londum, ið hoyrt høvdu vísdóm hans gitnan.
Tá ið Hiram, kongur í Týrus, frætti, at Sálomon var salvaður til kong í stað faðirs síns, sendi hann tænarar sínar á fund Sálomons; tí Hiram hevði allar dagar verið góður vinur við Dávid. Sálomon sendi Hirami hetta svar: «Tú veitst um Dávid, faðir mín, at hann fekk ikki reist navni Harrans, Guðs síns, hús fyri øllum tí ófriði, sum gekk á hann úr øllum ættum, til Harrin legði fíggindar hans undir føtur hansara. Men nú hevur Harrin, Guð mín, givið mær frið við allar grannar; ongan havi eg mótstøðumannin, og eingin vandi er í hendi. Tí ætli eg nú at byggja navni Harrans, Guðs míns, hús eftir orðum Harrans við Dávid, faðir mín, tá ið hann mælti: Sonur tín, ið eg vil seta í hásæti títt í tín stað, hann skal reisa navni mínum húsið! Bjóða tí at høgga mær sedristrø av Libanon. Tænarar mínir skulu starva saman við tænarum tínum; og eg vil greiða tænarum tínum ta løn, ið tú leggur á; tí at tú veitst, at eingin er hjá okkum, ið dugir at høgga við sum Zidonitar.» Tá ið Hiram fekk hesi boð frá Sálomoni, gleddist hann stórliga og mælti: «Lovaður veri Harrin í dag, sum hevur givið Dávidi so vitran son til at valda hesi miklu tjóð!» Og Hiram sendi Sálomoni hetta svar: «Eg havi fingið boðini, tú sendi mær, og eg vil gera tær alt til vildar viðvíkjandi sedrisviði og syprisviði; menn mínir skulu flyta viðin oman av Libanon til sjóvar, og eg skal skipa hann í flakar á sjónum og senda hann á tann stað, ið tú vilt; har skal eg taka flakarnar sundur, og so mást tú sjálvur taka hann upp; men afturfyri skalt tú veita hirð míni vistir eftir ynski mínum.» Hiram læt tá Sálomon fáa so nógv, sum hann vildi, av sedrisviði og syprisviði. Og Sálomon sendi Hirami tjúgu túsund kor av hveiti hirð hansara til matna og tjúgu kor av olju úr stoyttum berjum. Hetta læt Sálomon Hiram fáa á hvørjum ári. Og Harrin gav Sálomoni vísdóm, eins og hann hevði heitt honum; og Hiram og Sálomon bundu frið og gjørdu sáttmála sín ámillum. Sálomon kongur læt nú búgva út starvskyldumenn av øllum Ísrael, tríati túsund mans. Teir sendi hann niðan á Libanon í skiftum, tíggju túsund um mánaðin, soleiðis at teir vóru ein mánað á Libanon og tveir mánaðir heima hjá sær sjálvum. Ádóniram hevði umsjón við starvskyldumonnunum. Og Sálomon hevði sjeyti túsund burðarmenn og áttati túsund steinhøggarar í fjøllunum umframt trý túsund og trý hundrað yvirfútar, ið Sálomon hevði sum umsjónarmenn yvir teim monnum, ið starvaðust. Og eftir boði kongs høgdu teir stórar og dýrmettar steinar til tess at byggja grund tempulsins úr høgdum gróti. Og smiðir Sálomons og smiðir Hirams og Giblitar evnaðu til viðin og steinarnar, sum templið skuldi byggjast av.
Tá ið fýra hundrað og áttati ár vóru umliðin frá burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi, í ziv mánaði, tað er í øðrum mánaði, tá ið Sálomon hevði verið kongur í fýra ár, fór hann undir at byggja Harranum templið. Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum. Og hann gjørdi á templinum rimagluggar við kørmum. Og upp við tempulvegginum bygdi hann liðarhús allan vegin kring um tempulveggin, kring um hitt heilaga og hitt alrahalgasta og gjørdi har í tvinnanda hæddum smáhøli allan vegin. Niðasta hæddin við smáhølum var fimm alnir breið, mittasta seks og triðja hædd sjey alnir breið; tí at hann hevði gjørt stallar uttan á tempulvegginum íkring, til tess at bitarnir úr smáhølunum ikki skuldu koma inn í tempulveggin. Og tá ið templið var í gerð, varð tað bygt av steinum, ið komu tilhøgdir úr grótholinum, so at hvørki hamar ella meitlar ella nakað jarnamboð hoyrdist í templinum, meðan tað var bygt. Hurðin inn í niðastu hædd á liðarhúsinum var á suðursíðu tempulsins, og haðan varð gingið á ringstiga upp á aðru hædd og av aðru upp á triðju. Soleiðis bygdi hann templið liðugt og bróstaði og takti tað við sedrisviði. Og hann bygdi liðarhúsið kring um alt templið, hvørja hæddina fimm alnir høga; og hann tengdi tað at templinum við sedrisbjálkum. Tá kom frá Harranum hetta orð til Sálomons: «Húsið hetta, ið tú fæst við at byggja – um tú fylgir fyriskipanum mínum og heldur lógir mínar og varðveitir boðorð míni, so at tú fylgir teimum, so skal eg evna tær heiti tað, eg gav Dávidi, faðir tínum, og taka upp bústað hjá Ísraelsbørnum og ikki geva fólk mítt Ísrael yvir.» Síðan bygdi Sálomon templið liðugt. Hann bróstaði tempulveggirnar innan við sedrisviði; og frá gólvi tempulsins og alt upp undir loftsbjálkarnar tiljaði hann tað innan við viði og læt gólvið verða lagt við syprisborðum. Tjúgu alnir frá aftasta veggi tempulsins skilaði hann frá við sedrisborðum frá gólvi undir bjálkar og gjørdi á tann hátt innhúsið, tað er hitt alrahalgasta. Og aðalhúsið frammanvert við innhúsið var fjøruti alnir. Templið var innan bróstað við sedrisviði, útskorin við urtum og blómukransum; alt var sett við sedrisviði; steinur sást ikki. Hann búði til innhúsið innast í templinum til tess at lata sáttmálaørk Harrans standa her. Innhúsið var tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tjúgu alnir hátt, og hann legði tað við dýrum gulli. Síðan gjørdi hann altar av sedrisviði framman fyri innhúsinum og legði tað við gulli. Og Sálomon legði templið innan við dýrum gulli og dró afturfyri við gullfestum. Alt templið, sum tað var, legði Sálomon við gulli, og alt altarið framman fyri innhúsið legði hann við gulli. Í innhúsinum gjørdi hann tveir kerúbar úr oljuviði, tíggju alnir høgar. Hvør vongur á báðum kerúbum var fimm alnir, soleiðis at tíggju alnir vóru frá endanum á øðrum veinginum at endanum á hinum veinginum. Báðir kerúbar vóru javnstórir og høvdu sama skap. Báðir kerúbar vóru tíggju alnir høgir. Hann setti kerúbarnar innast í templinum; og teir breiddu út veingir sínar, so at annar vongurin á øðrum nart við bróstið øðrumegin, men annar vongurin á hinum nart við bróstið hinumegin; men hinir báðir veingir teirra nurtu hvør við annan í miðjum húsinum. Kerúbarnar legði hann við gulli. Og øll bróst innan í templinum skrýddi hann við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum bæði har innari og har uttari. Eisini gólvið í templinum legði hann við gulli bæði har innari og har uttari. Fyri durum innhúsins læt hann gera veingjahurðar úr villum oljuviði; umgjørðin yvir durunum og durastavirnir myndaðu fimmhyrning. Í báðar veingjahurðarnar, ið vóru úr oljuviði, læt hann gera skurðverk av kerúbum, pálmum og blómukransum og leggja við gulli, soleiðis at gullið varð lagt inn í kerúbar og pálmar. Somuleiðis læt hann í durum aðalhúsins gera fýrhyrntar durastavir úr oljuviði og tvær veingjahurðar úr syprisviði; hvør veingjahurðin var úr tveimum borðum, soleiðis at hvørt borðið hevði síni leikindi. Hann skrýddi tær við skurðverkum av kerúbum, pálmum og blómukransum og legði skurðverkini við gulli. Og hann bygdi múrin kring innara forgarðin úr trimum jaðurum av høgdum steinum og einum jaðuri av sedrisbjálkum. Á fjórða ári varð farið undir at byggja hús Harrans í mánaðinum ziv; og á ellivta ári í mánaðinum bul, ið er áttandi mánaður, var tað liðugt út í odd og egg; sjey ár var hann um at byggja tað.
Kongshøll sína bygdi Sálomon í trettan ár, áðrenn hann fekk hana alla lidna. Og hann bygdi Libanonsskógarhúsið, ið var hundrað alnir langt, fimmti alnir breitt og tríati alnir hátt, á trimum røðum av sedrissúlum vóru bjálkar úr sedrisviði. Tað var takt við sedrisviði uppi yvir hølunum, ið hvíldu á fjøruti og fimm sedrissúlum, fimtan í hvørjum raði. Og gluggarøðini vóru trý; og ljósgluggi áraka ljósglugga tríggjar ferðir. Fýrhyrntur karmur var um allar hurðar og gluggar; ljósgluggi var áraka ljósglugga tríggjar ferðir. Og hann bygdi súlnahøll, ið var fimmti alnir long, tríati alnir breið, og fyri framman var forsalur við súlum og taki. Síðan bygdi hann hásætissalin, har hann feldi dómar – dómshøllina; hon var bróstað við sedrisviði frá gólvi undir loft. Á sama hátt bygdi hann kongshøll sína, sum hann sjálvur búði í, í ytra forgarðinum inn av dómshøllini. Sálomon bygdi eisini dóttur Fárao, sum hann hevði tikið til konu, hús álíkt hesi høll. Alt hetta var bygt við dýrmettum steinum, ið vóru høgdir eftir máti og sagaðir við sag bæði innan og uttan, frá grundini og alt upp undir syllarnar. Á sama hátt var forgarðurin mikli bygdur. Grundin var bygd við dýrmettum, stórum steinum, summir tíggju alnir ummáls og aðrir átta. Omaná vóru lagdir dýrmettir steinar, høgdir eftir máti, og sedrisviður. Og múrurin um forgarðin mikla var gjørdur alt íkring úr trimum jaðurum av høgdum steinum og einum jaðuri av sedrisbjálkum; á sama hátt var bæði forgarður tempuls Harrans, hin innari, og forgarðurin um súlnasal kongshallarinnar gjørdur. Sálomon kongur sendi boð til Týrus eftir Hirami. Hann var sonur einkju av ættargrein Naftali; men faðir hansara var ættaður úr Týrus og var koparsmiður; hann var fullur av vitsku og skynsemi og alkønur í øllum koparsmíði; hann kom til Sálomons kongs og gjørdi øll smíði hansara. Hann stoypti úr kopari báðar súlurnar fyri framman forsal tempulsins; onnur súlan var átjan alnir høg, og tráður tólv alnir langur røkk kring um hana; koparið var fýra fingrar tjúkt; hon var holað innan. Á sama hátt gjørdi hann hina súluna. Og hann gjørdi tvey súlnahøvur, stoypt úr kopari, til at seta oman á súlurnar; hvørt súlnahøvdið var fimm alnir hátt. Á hvørjum súlnahøvdi var eins og rutt net, flættur gjørdar úr festum, sjey fyri hvørt høvdið. Og hann gjørdi granatepli, tvey røð, kring um netini, ið huldu bæði súlnahøvdini. Og súlnahøvdini høvdu liljuskap. Á hvørjum súlnahøvdi vóru tvey hundrað granatepli, ið hingu í tveimum røðum. Síðan reisti hann súlurnar fyri framman forsali tempulsins; og ta súluna, sum hann reisti høgrumegin, kallaði hann Jákin, og súluna vinstrumegin kallaði hann Bóaz. Ovast vóru súlurnar liljumyndaðar. Soleiðis varð súlnasmíðið lokið. Somuleiðis gjørdi hann tað stoypta havið; tvørturum vóru tíggju alnir; tað var runt fimm alnir djúpt og tromin tríati alnir ummáls. Niðanvert við tromina tríati alnir vegin kring um havið vóru blómumyndir, tvey røð av blómumyndum, stoyptar saman við havinum. Tað stóð á tólv oksum, tríggir horvdu í norður, tríggir í vestur, tríggir í suður og tríggir í eystur; á teimum hvíldi havið; og allir snúðu afturpartar sínar inneftir. Tað var eina løgd til tjúktar; og tromin var gjørd eins og tromin á bikari, álíkt liljublómu. Tað tók tvey túsund bat. Hann gjørdi eisini tíggju kervagnar av kopari; hvør kervagnurin var fýra alnir langur, fýra alnir breiður og tríggjar alnir háur. Hesir kervagnar vóru gjørdir á henda hátt: Teir høvdu brúnaborð, og millum brúnaborðanna vóru tvørborð. Á tvørborðunum millum brúnaborðanna vóru ljón, oksar og kerúbar eins og á brúnaborðunum; og bæði fyri oman og fyri niðan ljónini og oksarnar vóru gjørdir hangandi blómukransar. Undir hvørjum kervagni vóru fýra hjól av kopari og akslar av kopari; í hvørjum horni vóru stokkar stoyptir saman við kerið í neðra, og áraka hvønn teirra vóru blómukransar. Tromin á kerinum var eina alin høg, rund og hálva aðru alin víð; uttan á tromini vóru myndir ristar; tvørborðini vóru fýrhyrnt, ikki rund. Tey fýra hjólini vóru undir tvørborðunum, og hjólhaldini vóru føst í kervagninum; hvørt hjólið var hálva aðru alin hátt. Hjólini vóru gjørd eins og vagnhjól, hjólhald teirra, gjarðir, snældur og hjarta var alt samalt stoypt. Í teim fýra hornunum á hvørjum kervagni vóru fýra stabbar áfastir við kervagnin. Í erva á kervagninum vóru eisini áshald og tvørborð hálva alin há alt íkring og áføst við kervagnin. Á liðarborðum og tvørborðum gjørdi hann skurðverk av kerúbum, ljónum og pálmum og blómukransar alt íkring. Á henda hátt gjørdi hann hinar tíggju kervagnarnar allar eins stoyptar, javnstórar og við sama sniði. Síðan gjørdi hann tíggju ker úr kopari; hvørt kerið tók fjøruti bat, og hvørt kerið var fýra alnir í tvørmáti; eitt ker var í hvørjum kervagni. Fimm kervagnar setti hann sunnanvert við templið og fimm norðanvert við templið; havið setti hann sunnanvert við templið við landsynningshornið. Somuleiðis gjørdi Hiram pottarnar og eldspakarnar og offurbollarnar. Soleiðis greiddi Hiram úr hondum øll tey smíði, sum hann gjørdi fyri Sálomon kong við tempul Harrans: Báðar súlurnar og bæði tey knøttmyndaðu súlnahøvdini og bæði tey ruddu netini, ið hylja skuldu bæði tey knøttmyndaðu súlnahøvdini, tey fýra hundrað granateplini á báðum netunum, tvey røð av granateplum á hvørjum netinum til at hylja bæði tey knøttmyndaðu súlnahøvdini, kervagnarnir tíggju og tey tíggju kerini á teimum, havið við teimum tíggju oksunum undir sær, pottarnir, eldspakarnir og offurbollarnir, allir hesir lutir, sum Hiram gjørdi fyri Sálomon kong í húsi Harrans, vóru av skygdum kopari. Kongur læt stoypa teir á Jórdanslættanum við Ádama vaðið millum Sukkot og Záretan. Fyri nøgdar sakir beyð Sálomon ikki til at viga allar hesar lutir ella at kanna um tyngd koparsins. Og Sálomon læt gera allar hesar lutir í húsi Harrans: gullaltarið og gullborðið, ið sýnisbreyðini skuldu liggja á, ljósastakarnar av skygdum gulli, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin, frammanvert við innhúsið, blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli og køskirnar, knívarnar, offurbollarnar og bollaskálirnar og eldpannurnar av skygdum gulli; leikindini á veingjahurðum innhúsins, hins alraheilagasta, og á veingjahurðum tempulsins inn í aðalhúsið vóru somuleiðis av gulli. Tá ið Sálomon hevði lokið øllum smíðum, sum hann læt gera í templi Harrans, flutti hann hagar halgigávur Dávids, faðirs síns, silvurið og gullið, og legði allar lutirnar inn í fæhirðslurnar í templi Harrans.
Tá læt Sálomon savna til sín í Jerúsalem Ísraels elstu, høvuðsmenn ættargreinanna og ættarhøvdingar Ísraelsmanna, til tess at flyta sáttmálaørk Harrans niðan úr Dávidsborgini, tað er Zion. Og allir Ísraelsmenn savnaðust saman hjá Sálomoni kongi á hátíðini í etanim mánaði, tað er mánaðurin sjeyndi. Hagar komu allir Ísraels elstu; og prestarnir bóru ørkina; og teir fluttu ørk Harrans niðan og samfundartjaldið og allar halgilutirnar, sum í tí vóru; prestarnir og Levitarnir fluttu tað alt niðan. Og Sálomon kongur og allur Ísraels savnaður, ið saman var komin hjá honum, ofraðu smalur og stórdýr, so nógv, at tað hvørki kundi teljast ella metast. Prestarnir fluttu sáttmálaørk Harrans á stað sín í innhúsi tempulsins, hitt alraheilagasta, inn undir veingir kerúbanna. Tí kerúbarnir breiddu veingir sínar út yvir staðin, har ørkin stóð, og huldu soleiðis bæði yvir ørkina og burðarstengur hennar. Burðarstengurnar vóru so langar, at endar teirra sóust úr hinum heilaga fyri framman innhúsið; men uttanífrá sóust tær ikki; og har hava tær verið fram at hesum degi. Í ørkini var einki uttan steintalvurnar tvær, ið Móses hevði lagt í hana undir Hóreb – talvurnar við tí sáttmála, ið Harrin hevði gjørt við Ísraelsbørn, tá ið tey fóru úr Egyptalandi. Men tá ið prestarnir gingu út úr halgidóminum, fylti skýggið hús Harrans; og ikki fingu prestarnir farið inn fyri skýnum til at gera offurtænastu; tí dýrd Harrans fylti hús Harrans. Tá mælti Sálomon: «Sólina setti Harrin á himinin, men sjálvur í myrkri hann búgva vildi. Nú havi eg bygt tær hús at búgva í, bústað tær til handar um allar ævir.» Soleiðis stendur í songbókini ritað. Síðan snúði kongur sær á og vælsignaði allan Ísraels savnað, meðan hann stóð. Og hann mælti: «Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, sum við hond síni hevur evnað tað, sum hann við munni sínum lovaði Dávidi, faðir mínum, tá ið hann segði: Frá tí degi, eg leiddi fólk mítt Ísrael út úr Egyptalandi, havi eg ikki útvalt mær nakra borg hjá nakrari Ísraels ætt til tess har at byggja navni mínum hús at búgva í; men Jerúsalem havi eg útvalt navni mínum at búgva í, og Dávid havi eg útvalt til at valda fólki mínum Ísrael! Dávid, faðir mín, ætlaði at byggja navni Harrans, Ísraels Guðs, hús; men Harrin segði við Dávid, faðir mín: Tað er rætt av tær at hugsa um at byggja navni mínum hús; tó skalt ikki tú byggja húsið, men sonur tín, ið kemur av lendum tínum, hann skal byggja navni mínum hús. Nú hevur Harrin evnað orð sítt, sum hann talaði; tí at eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og siti í hásæti Ísraels, eins og Harrin heitti; og eg havi bygt navni Harrans, Ísraels Guðs, húsið; har havi eg eisini búgvið til stað fyri ørkini við tí sáttmála, ið Harrin gjørdi við fedrar okkara, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi.» Tá steig Sálomon fram fyri altar Harrans, meðan allur Ísraels savnaður var hjá; og hann rætti armar sínar upp móti himni og mælti: «Harri, Guð Ísraels, eingin gudur har uppi í himni ella her niðri á jørð er javnlíki tín, tú, sum heldur sáttmálan og ert miskunnsamur móti tænarum tínum, tá ið teir ganga fyri ásjón tíni av heilum huga; tú, sum hevur hildið tað, ið tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, og nú í dag við hond tíni evnað tað, sum tú talaði við munni tínum! So evna nú, Harri, Guð Ísraels, tað, ið tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, tá tú segði: Ongantíð skal vanta tær eftirmaður til at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón míni, um bert synir tínir varða um veg sín og ganga fyri ásjón míni, eins og tú hevur gingið fyri ásjón míni! Ja, Harri, Guð Ísraels, lat nú tað orðið vera fast og satt, sum tú talaði við tænara tín Dávid, faðir mín! Men man Guð veruliga búgva á jørðini? Sí, himnarnir, ja himnanna himnar taka teg ikki; hvussu nógv minni tá hetta húsið, sum eg havi bygt! Snúgv tær nú, Harri, Guð mín, at eyðmjúku bøn og ákallan tænara tíns, og lýð á tað róp og ta bøn, sum tænari tín í dag ber fram fyri ásjón tína; lat eygu tíni vera opin yvir hesum húsi nátt og dag, yvir tí staði, har tú hevur sagt, at navn títt skal búgva – so at tú hoyrir bønir tær, sum tænari tín biður horvandi móti hesum staði! Ja, tú hoyri ta bøn, ið tænari tín og fólk títt Ísrael biðja horvandi móti hesum staði; tú hoyri hana í himni, har tú býrt; tú hoyri og fyrigevi! Um einhvør syndar móti næsta sínum, og menn krevja, at hann skal gera eið og svørja, og hann tá kemur at gera eiðin frammi fyri altari tínum í hesum húsi, tá hoyr tú tað á himni og ger vart við teg og døm tænara tína millum, so at syndarin verður dømdur sekur og fær gerð sína oman yvir seg sjálvan; men lat hin sakleysa fáa rætt og samsýn honum eftir sakloysi hans. Um fólk títt Ísrael má lúta fyri fíggindanum, av tí at teir synda móti tær, men snúgva sær síðan aftur til tín og játta navn títt og biðja teg bønliga um náði í hesum húsi, tá hoyri tú tað á himnum og fyrigev syndina hjá fólki tínum Ísrael og leið teir heim aftur í tað land, sum tú gavst fedrum teirra! Verður himmalin afturlatin, so einki regn kemur, av tí at teir synda móti tær, men tá ið teir biðja horvandi móti hesum staði og játta navn títt og snúgva sær frá syndum sínum, av tí at tú eyðmýkir teir, tá hoyri tú tað á himnum og fyrigev synd tænara tíns og fólks tíns Ísrael. Ja, kenn teimum tann góða vegin, ið teir eiga at ganga, og lat tað regna yvir land títt, ið tú gavst fólki tínum til ognar! Um hungursneyð verður í landinum, ella drepsótt kemur og í akrinum moldroði og gulnan, ongsprettur ella jarðvargar, ella fíggindar teirra søkja at teim í borgum landsins, og ógæva og sjúka níva teir – hvørja bøn um náði, ið tá hvør maður í fólki tínum Ísrael biður, av tí at hann kennir iðrunarsviða í hjarta sínum og rættir bønandi armar sínar móti hesum húsi, hana hoyri tú á himnum í bústaði tínum og fyrigev og ger vart við teg og løn hvørjum eftir atferð hans; tí at tú kennir hjarta hans, av tí at tú kennir hjørtu alra manna, til tess at teir mega óttast teg alla ta stund, teir liva í tí landi, sum tú gavst fedrum várum. Útlendingurin, ið ikki er av fólki tínum Ísrael, men kemur úr fjarløgdum landi vegna navns tíns – tí teir munnu fara at hoyra um títt mikla navn, tína sterku hond og tín útrætta arm – um hann kemur higar og heldur bøn fyri framman hesum húsi, tá hoyri tú hann á himnum í bústaði tínum og veit honum alt tað, ið hann biður teg um, til tess at allar tjóðir á fold mega kenna navn títt og óttast teg eins og fólk títt Ísrael, og til tess at teir mega vita, at navn títt er nevnt yvir hesum húsi, sum eg havi bygt. Um fólk títt fer í hernað móti fíggindum sínum, hagar sum tú sendir teir, og teir biðja til tín horvandi móti teirri borg, ið tú hevur bygt tínum navni, tá hoyri tú á himnum bøn teirra og bønligu ákallan og veit teimum rætt teirra! Tá ið teir synda móti tær – tí eingin er til, ið ongantíð syndar – og tú reiðist á teir og gevur teir í vald fíggindans, so at hann hertekur teir og flytur teir burtur í hetta ella hatta fíggindalandið, og teir so ganga í seg sjálvar í tí landi, sum teir eru burturriknir til, og venda við og biðja bønliga til tín í tí landi, sum teir vórðu herleiddir til, og siga: Vit hava syndað, eru farnir skeivir og hava verið gudleysir, og teir snúgva sær aftur til tín av heilum huga og allari sál í landi fígginda teirra, ið teir eru burturriknir til, og biðja til tín horvandi móti landi sínum, ið tú gavst fedrum teirra, móti teirri borg, ið tú hevur útvalt, og húsi tí, sum eg havi bygt navni tínum – tá hoyri tú á himnum í bústaði tínum bønir og bønligu ákallanir teirra og veit teimum rætt teirra; og fyrigev fólki tínum syndir teirra og allar tær misgerðir, ið teir hava gjørt móti tær, og lat teir finna miskunnsemi hjá teimum, sum herleiddu teir, so at teir várkunna teimum; tí at teir eru jú fólk títt og ogn tín, ið tú leiddi út úr Egyptalandi, úr jarnovninum. Ja, gævi eygu tíni mega vera opin fyri bønligu ákallan tænara tíns og fólks tíns Ísraels, so at tú bønhoyrir teir í øllum, sum teir biðja teg um! Tí at tú hevur skilað tey frá øllum tjóðum á fold til tess at vera ogn tín, so sum tú talaði við Mósesi, tænara tínum, ta ferðina tá ið tú, Harri drottin, leiddi fedrar okkara út úr Egyptalandi!» Tá ið Sálomon hevði lokið alla bøn sína og bønligu ákallan til Harrans, reis hann frammi fyri altari Harrans, har hann hevði ligið á knæ við útrættum ørmum móti himni. Síðan gekk hann fram og vælsignaði allan Ísraels savnað við harðari rødd og mælti: «Lovaður veri Harrin, ið samsvarandi heitum sínum hevur givið fólki sínum hvíldarstað. Av øllum teimum fyrijáttanum, ið hann gav Mósesi, tænara sínum, hevur eingin svitast. Gævi Harrin, Guð okkara, verður við okkum, eins og hann var við fedrum okkara; gævi hann ikki gevur okkum yvir og rekur okkum burtur, men heldur snýr hjørtum okkara til sín, so at vit ganga leiðir hansara og varðveita boðorð hansara, fyriskipanir og lógir, ið hann legði fyri fedrar okkara. Og gævi hesi orð míni, sum eg bønandi havi borið fram fyri Harran, mega vera nær hjá Harranum, Guði várum, bæði nátt og dag, so at hann veitir tænara sínum og fólki sínum Ísrael tann rætt, ið hvønn dag er fyri neyðini, til tess at allar tjóðir á fold mega sanna, at Harrin er Guð og eingin annar. Stundið nú á Harran, Guð váran, av heilum huga og verið lógum hans lýdnir og varðveitið boðorð hans eins og í dag!» Síðan ofraði kongur og allur Ísrael við honum sláturoffur frammi fyri Harranum. Og sum takkaroffur ofraði Sálomon Harranum tjúgu og tvey túsund stórdýr og eitt hundrað og tjúgu túsund smalur. Soleiðis vígdi kongur og allir Ísraelsmenn hús Harrans. Sama dag halgaði kongur miðpart forgarðsins, sum er framman fyri húsi Harrans; tí at har mátti hann ofra brenniofrini og grónofrini og hini feitu stykki takkarofranna, av tí at koparaltarið, ið stóð frammi fyri Harranum, var ov lítið til at taka brenniofrini, grónofrini og hini feitu stykki takkarofranna. Samstundis helt Sálomon í sjey dagar saman við øllum Ísrael hátíðina fyri ásjón Harrans, Guðs várs, ovurmikil savnaður, ið komin var úr øllum landinum, frá Hámat í norðuri og suður at Egyptalands á. Áttanda dagin læt hann fólkið fara heim aftur; og teir vælsignaðu kong og fóru heim til sín sjálvs, glaðir og hjartans fegnir yvir alt tað góða, ið Harrin hevði gjørt Dávidi, tænara sínum, og Ísrael, fólki sínum.
Tá ið Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøllina og alt tað, sum honum hugaði at gera, birtist Harrin á øðrum sinni fyri honum, eins og hann birtist fyri honum í Gibeon; og Harrin segði við hann: «Eg havi hoyrt bøn og bønligu ákallan tína, ið tú hevur borið fram fyri ásjón mína; eg vil halga hetta húsið, ið tú hevur bygt, og lata navn mítt búgva har um ævir, og eygu míni og hjarta mítt skulu dvølja har allar dagar. Um tú vilt ganga fyri ásjón míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi í hjartans sakloysi og rættlæti, og halda alt tað, ið eg havi boðið tær, og varðveita boðorð og lógir mínar, tá skal eg lata kongshásæti títt í Ísrael standa við um ævir, eins og eg heitti Dávidi, faðir tínum, tá ið eg segði: Ikki skal tær vanta eftirmaður í hásæti Ísraels. Men um tit og synir tykkara víkja frá mær og ikki halda tær fyriskipanir og lógir, ið eg legði fyri tykkum, men fara at tæna øðrum gudum og falla teimum til kníggja, tá vil eg týna Ísrael burtur úr tí landi, sum eg gav teimum; og húsið, sum eg halgaði navni mínum, vil eg koyra burtur frá ásjón míni og lata Ísrael verða til spott og spei millum øll fólk, og hetta hús skal avtoftast, og hvør maður, ið har kemur framvið, man fara at øtast og spyrja speirekandi: Hví hevur Harrin farið soleiðis við hesum landi og hesum húsi? Tá munnu menn svara: Tað er tí, at teir søgdu burtur Harran, Guð sín, ið hevði leitt fedrar teirra út úr Egyptalandi, og hildu seg aftur at øðrum gudum, ið teir fullu til kníggja og tilbóðu. Tessvegna hevur Harrin latið alla hesa ógævu koma oman yvir teir.» Tá ið tey tjúgu árini vóru umliðin, ið Sálomon var um at byggja bæði húsini, hús Harrans og kongshøllina – Hiram kongur í Týrus hevði hjálpt Sálomoni við sedrisviði, syprisviði og øllum tí gulli, sum hann ynskti – tá gav Sálomon kongur Hirami tjúgu borgir í landslutinum Galileu. Men tá ið Hiram kom úr Týrus til tess at hyggja at borgunum, ið Sálomon hevði givið honum, hóvaðu tær honum ikki; og hann mælti: «Hvørjar borgir eru hesar, ið tú hevur givið mær, bróðir!» Tí verða tær kallaðar enn í dag fyri Kabullandið. Men Hiram sendi Sálomoni eitt hundrað og tjúgu talentir av gulli. Her skal sigast frá, hvussu teir starvskyldumenn vóru fingnir til vega, ið Sálomon hevði havt til at byggja hús Harrans og sína egnu kongshøll, Millo og borgargarðarnar kring um Jerúsalem og borgirnar Házor, Megiddo og Gezer – Fárao, Egyptalands kongur, var farin herferð móti Gezer og hevði hertikið og sett eld á hana; allar Kánáanitar, sum búðu í borgini, hevði hann dripið og síðan givið hana dóttur síni, konu Sálomons, í heimanfylgju. Sálomon bygdi nú Gezer uppaftur og somuleiðis Niðaru Bet-Hóron og Báalat og Támar í oyðimørkini í Júdalandi, allar vistarborgir, ið Sálomon átti, og vagnborgir og reiðmannaborgir og alt annað, ið Sálomon fekk hug at byggja í Jerúsalem og Libanon og í øllum ríki sínum. Alt tað fólk, ið eftir var av Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Hivitum og Jebusitum og ikki vóru av Ísraels ætt – á eftirkomarar teirra, ið eftir vóru í landinum, og sum Ísraelsmenn ikki høvdu fingið avoytt, legði Sálomon ta starvskyldu, ið stendur við enn í dag; men av Ísraelsmonnum læt hann ongan vera træl; teir vóru hermenn og embætismenn hans, høvdingar og hetjur og oddamenn fyri vagnliði og reiðmannaliði hans. Yvirfútarnir, ið settir vóru yvir verk Sálomons, vóru í tali fimm hundrað og fimmti; teir høvdu eftirlit við teimum monnum, ið vunnu at verkinum. Beint sum dóttir Fárao var flutt úr Dávidsborgini niðan í hús sítt, ið hann hevði bygt henni, fór hann undir at byggja Millo. Tríggjar ferðir um árið ofraði Sálomon brennioffur og takkaroffur á tí altari, sum hann hevði gjørt Harranum, og ofraði roykilsisoffur á tí altari, ið stóð frammi fyri ásjón Harrans. Soleiðis fullgjørdi Sálomon templið. Sálomon kongur læt eisini smíða skip í Ezjon-Geber, ið er við Elat á Reyðahavsstrondini í Edóms landi. Og Hiram læt menn sínar, ið vóru sjókønir farmenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomons. Teir fóru til Ofir og fluttu haðan fýra hundrað og tjúgu talentir av gulli og fingu Sálomoni kongi tað.
Tá ið drotningin av Sába hoyrdi orðrómin um Sálomon, kom hon at royna hann við gátum. Hon kom til Jerúsalem við ovurmiklum viðføri, við kamelum knossandi undir burðum av balsamurtum og nógvum gulli og dýrum steinum; og hon kom til Sálomons og talaði við hann um alt, sum henni í brósti búði. Men Sálomon svaraði øllum spurningum hennara; eingin lutur var kongi fjaldur, sum hann ikki kundi greina henni frá. Og tá ið drotningin av Sába hevði sæð allan vísdóm Sálomons og húsið, sum hann hevði bygt, matin á borði hans og bústaðir tænara hans, hvussu skutilsveinar hans bóru seg, og hvussu teir vóru klæddir, skeinkjarar hans og brenniofrini, sum hann ofraði í húsi Harrans, tá bilaði henni hugur av bilsni; og hon mælti við kongin: «Satt var tað, sum eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín! Men eg vildi ikki trúgva tí, sum sagt varð frá, fyrr enn eg var komin og hevði sæð tað við egnum eygum; og tá var tað ikki helmingurin, ið eg hevði hoyrt gitið; tú ert nógv vitrari og ríkari, enn eg hevði hoyrt! Sælar eru konur tínar, og sælir eru tænarar tínir, ið standa frammi fyri tær og lýða á vísdóm tín! Lovaður veri Harrin, Guð tín, ið hevur tokka til tín, so at hann setti teg í hásæti Ísraels! Av tí at Harrin ævinliga unnir Ísrael, gjørdi hann teg til kong til tess at fremja rætt og rættlæti!» Síðan gav hon kongi stórt hundrað talentir av gulli og nøgdir av balsamurtum og gimsteinum; so nógv av balsamurtum kom ongantíð aftur sum tað, ið drotningin av Sába flutti Sálomoni kongi. Og skip Hirams, ið fluttu gull frá Ofir, komu eisini við stórum nøgdum av sandelviði og gimsteinum úr Ofir. Av sandelviðinum læt kongur smíða træverk í húsi Harrans og kongshøllini og somuleiðis søltur og hørpur sangarunum til handar; ongantíð síðan hevur tílíkur sandelviður komið til landið ella verið sæddur har. Afturfyri gav Sálomon kongur drotningini av Sába alt tað, ið hon hevði hug á og bað um, umframt tað, sum hann tignarliga gav henni óbiðin. Síðan fór hon við fylgi sínum heim aftur í land sítt. Seks hundrað og seksti og seks talentir av gulli løgdust inn hjá Sálomoni hvørt ár, umframt skattir frá hertiknum borgum og inntøkur frá keypmonnum og øllum kongum í Ereb og jøllum landsins. Sálomon kongur læt smíða tvey hundrað skildir úr slignum gulli; hvør skjøldurin vá seks hundrað siklar; og trý hundrað smærri skildir av slignum gulli, ið hvør vá tríggjar minur av gulli; teir legði kongur inn í Libanonsskógarhúsið. Kongur læt eisini gera mikið hásæti av fílabeini og legði tað við skírum gulli. Seks trappustig vóru niðan á hásætið, og aftantil á hásætinum vóru høvd av tarvum; armar vóru báðumegin sætið, og tvey ljón stóðu við armarnar; og á teim seks trappustigunum stóðu tólv ljón, seks hvørjumegin. Tílíkt smíði hevur ongantíð verið gjørt í nøkrum øðrum ríki. Øll drykkjuker hjá Sálomoni kongi vóru úr gulli; og alt reiðið í Libanonsskógarhúsi var av dýrum gulli; einki var av silvuri; tí á døgum Sálomons var silvur lítið í metum. Tí at kongur hevði Tarsisskip á havinum saman við Hirami; og eina ferð triðja hvørt ár komu tey heim fermd við gulli og silvuri, fílabeini, apum og páfuglum. Sálomon kongur var ríkari og vitrari enn allir kongar á fold. Og úr øllum ættum komu menn at síggja Sálomon og fregnast um vitsku hans, ið Guð hevði lagt honum í bróstið; og allir komu teir ár eftir ár við gávum, við silvurgripum og gullgripum, klæðum og vápnum, balsamurtum, hestum og múldjórum. Sálomon savnaði sær hervagnar og reiðmenn, og hevði hann fjúrtan hundrað hervagnar og tólv túsund reiðmenn; sumt hevði hann í hervagnaborgum, og sumt hevði hann hjá sær í Jerúsalem. So stórtøkin var kongur, at silvur í Jerúsalem var eins vanligt og grót, og sedrisviður eins vanligur og morberjatrøini, ið vaksa á láglendinum. Tey ross, ið Sálomon flutti inn, komu úr Mizráim og Kove; keypmenn kongsins keyptu tey haðan og guldu fæ afturfyri, soleiðis at hvør vagnur, ið innfluttur varð úr Mizráim, kostaði seks hundrað siklar í silvuri; allir kongar Hetita og kongar Árams fingu eisini ross síni haðan við somu keypmonnum.
Umframt dóttur Fárao elskaði Sálomon kongur nógvar útlendskar konur, móabitiskar, ammonitiskar, edómitiskar, zidonitiskar og hetitiskar, konur av tjóðum, ið Harrin hevði talað um við Ísraelsbørn: «Komið ikki saman við teimum og latið tey ikki koma til tykkara; tí vissuliga munnu tey snúgva hjørtum tykkara at gudum sínum!» Á tær legði Sálomon heitan ástarhug. Hann hevði sjey hundrað tignarkonur og trý hundrað hjákonur; tær fingu snúð hjarta hansara burtur frá Harranum. Tá ið Sálomon var vorðin gamal, fingu konur hansara snúð hjarta hansara at øðrum gudum, so at hann ikki fylgdi Harranum, Guði sínum, av heilum huga, eins og Dávid, faðir hans, hevði gjørt. Sálomon elti Astarte, gud Zidonita, og Milkom, andstygd Ammonita. Og Sálomon gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og fylgdi ikki Harranum við sama lýdni sum Dávid, faðir hansara. Tá gjørdi Sálomon offurheyggj fyri Kemosj, andstygd Móabita, á fjallinum beint fyri eystan Jerúsalem og fyri Molok, andstygd Ammonita; á sama hátt eftirlíkaði hann øllum sínum útlendsku konum, ið brendu gudum sínum roykilsisoffur og ofraðu til teirra. Tá reiddist Harrin inn á Sálomon, tí at hann hevði snúð hjarta sínum burtur frá Harranum, Ísraels Guði, tó at hann tvær ferðir hevði birtst fyri honum og hevði lagt honum eina við ikki at elta aðrar gudar; men hann hevði ikki hildið tað, ið Harrin hevði boðið honum, tí segði Harrin við Sálomon: «Av tí at tað er soleiðis vorðið við tær, og at tú ikki hevur hildið sáttmálan við meg og tær lógir, sum eg legði fyri teg, skal eg vissuliga taka kongsdømi frá tær og fáa træli tínum tað í hendur. Tó vil eg ikki gera hetta, meðan tú ert á lívi vegna Dávid, faðir tín; men frá syni tínum vil eg taka tað. Tó vil eg ikki taka alt ríkið frá honum; eina ætt vil eg fáa syni tínum í hendur vegna Dávid, tænara mín, og vegna Jerúsalem, sum eg útvaldi.» Harrin vakti nú Sálomoni upp mótstøðumann, Hádad Edómita, ið var av kongsættini í Edóm. Tí at ta ferðina, tá ið Dávid vá Edómitar, og Jóab herhøvdingi fór niðan at jarða teir falnu og týna alt mannkyn í Edóm – í seks mánaðir var Jóab og allur Ísrael har, til hann hevði fingið avoytt alt kallkyn í Edóm –, tá flýddi Hádad saman við nøkrum Edómitum, ið verið høvdu tænarar faðirs hans, og helt ferð síni til Egyptalands; hann var tá blaðungur. Teir løgdu út av Midian og komu til Páran; haðan fingu teir nakrar menn við sær og komu til Egyptalands til Fáraos, Egyptalands kongs; hann gav honum hús og vistir; eisini gav hann honum jørð. Men Fárao tókti miklan tokka í Hádadi og gifti honum eldru systur Takpenesar, konu sínar. Systir Takpenesar føddi honum sonin Genubat; men Takpenes aldi hann upp í kongshøll Fáraos; og somuleiðis varð Genubat verandi í húsi Fáraos saman við børnum Fáraos. Men tá ið Hádad frætti í Egyptalandi, at Dávid var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum, og at Jóab herhøvdingi var deyður, mælti hann við Fárao: «Loyv mær at fara heim aftur í land mítt!» Fárao spurdi hann: «Hvat vantar tær her hjá mær, at tú so fegin vilt fara heim aftur?» Hann svaraði: «Einki vantar mær; men loyv mær kortini at fara!» Síðan fór Hádad heim aftur í land sítt og varð kongur í Edóm og herjaði støðugt á Ísrael; hetta var tann ógæva, ið Hádad elvdi. Uppaftur vakti Guð honum upp mótstøðumann, Rezon Eljadason, ið farin var millum mála frá harra sínum Hádadezer kongi í Zóba; hann savnaði um seg menn og gjørdist oddamaður fyri ránsflokki; hann hertók Dámaskus, settist niður har og varð kongur í Dámaskus. Hann var mótstøðumaður Ísraels alla ævi Sálomons. Efraimitin Jeróboam Nebatsson úr Zereda, sonur eina einkju Zerua at navni, var tænari hjá Sálomoni; hann gjørdi uppreist móti kongi. Men uppreist hans móti kongi kom í á henda hátt: Sálomon fekst við at byggja Millo og gera skarðið aftur, sum komið var á borg Dávids, faðirs hans. Nú var hesin Jeróboam reystmenni; og tá ið Sálomon sá, hvussu hegnigur hesin ungi maður var, setti hann hann sum umsjónarmann yvir øllum skyldubønarfólki av Jósefs ætt. Um tað leitið bar so á, at Jeróboam fór burtur úr Jerúsalem; á vegnum hitti hann Áhia profet frá Silo; hann var í nýggjum møtli; og vóru teir tveireinir úti á víðavangi. Tá treiv Áhia í tann nýggja møttulin, sum hann var í, og skræddi hann í tólv lutir og mælti við Jeróboam: «Tak tær hesar tíggju lepar, tí soleiðis sigur Harrin, Guð Ísraels: Sí, eg man ríva kongsdømið úr hond Sálomons og geva tær tíggju ættir. Eina ætt skal hann hava eftir fyri sakir Dávids, tænara míns, og fyri sakir Jerúsalems, borgin, ið eg útvaldi mær av øllum ættum Ísraels; hetta vil eg gera, aftur fyri at hann hevur sagt meg burtur og tilbiðið Astarte, gud Zidonita, og Kemosj, gud Móabita, og Milkom, gud Ammonita, og ikki hevur gingið mínar leiðir til tess at inna tað, ið rætt er í mínum eygum, og ikki varðveitt boðorð og lógir mínar, eins og Dávid faðir hansara gjørdi. Tó vil eg ikki taka ríkið av honum, men lata hann vera høvdinga, so leingi hann livir fyri sakir Dávids, tænara míns, sum eg útvaldi mær, og sum varðveitti boðorð og fyriskipanir mínar. Men frá syni hansara vil eg taka ríkið og geva tær tað, tær tíggju ættirnar; men eina vil eg geva syni hansara, til tess at Dávid, tænari mín, allar dagar má hava lampu fyri ásjón míni í Jerúsalem, borgini, sum eg útvaldi navni mínum til bústaðar. Men teg vil eg kjósa og lata teg ráða fyri øllum, ið hugur tín stundar á; og tú skalt verða kongur yvir Ísrael. Og ert tú lýðin í øllum, sum eg bjóði tær, gongur leiðir mínar og gert tað, sum rætt er í mínum eygum, og varðveitir fyriskipanir og boðorð míni, eins og Dávid, tænari mín, gjørdi, so vil eg vera við tær og reisa tær støðugt hús, eins og eg reisti Dávidi og geva tær Ísrael. Men ættarmenn Dávids vil eg eyðmýkja fyri hesa søk; tó ikki um aldur og ævir!» Tá ið nú Sálomon royndi at taka Jeróboam av lívi, búði Jeróboam seg til og flýddi til Egyptalands til Sjisjaks kongs í Egyptalandi; og hann varð verandi í Egyptalandi, til Sálomon andaðist. Tað, ið meira er at siga um Sálomon og alt tað, ið hann gjørdi, og um vísdóm hans, tað er ritað í bókini um gerðir Sálomons. Í fjøruti ár var Sálomon kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael. Síðan legðist Sálomon til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í borg Dávids, faðirs síns; og Rehábeam, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Tá ið Jeróboam Nebatsson, ið enn var í Egyptalandi, hagar sum hann var flýddur undan Sálomoni kongi, frætti, at Sálomon var deyður, snúðist hann heim aftur úr Egyptalandi. Men Rehábeam var farin til Sikem, tí hagar var allur Ísrael komin saman til tess at gera hann til kong. Og fólkið segði við Rehábeam: «Faðir tín legði tungt ok á okkum; men lætt nú tú um tey trælakor, ið faðir tín beyð okkum, og tað tunga ok, ið hann legði á okkum, so viljum vær tæna tær!» Hann svaraði teimum: «Farið heim og komið aftur til mín um tríggjar dagar.» Og fólkið so gjørdi. Tá ráddist Rehábeam kongur við teir gomlu, ið tænt høvdu faðir hansara, meðan hann livdi; hann spurdi teir: «Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?» Teir svaraðu honum: «Um tú í dag eftirlíkar hesum fólki og gert teimum til vildar og svarar teimum aftur við blíðum orðum, tá munnu teir tæna tær allar dagar.» Men hann havnaði teim ráðum, ið hinir gomlu ráddu honum, og leitaði sær ráð hjá teimum ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum og nú tæntu honum, og spurdi teir: «Hvat ráða tit mær til at svara hesum fólki, ið hevur biðið meg um at lætta um tað ok, ið faðir mín legði á teir?» Hinir ungu, ið vaksnir vóru upp saman við honum, svaraðu honum: «Soleiðis skalt tú svara hesum fólki, ið hevur biðið teg um at lætta um tað tunga ok, ið faðir tín legði á herðar teirra – soleiðis skalt tú svara teimum: Lítlifingur mín er tjúkri enn mjadnir faðirs míns! Hevur faðir mín lagt tungt ok á tykkum, man eg gera tað uppaftur tyngri! Hevur hann revsað tykkum við koyrlum, man eg revsa tykkum við sporðdrekum!» Triðja dagin kom alt fólkið aftur til Rehábeams, eins og hann hevði biðið teir. Tá talaði kongur harðliga við fólkið og vildi ikki fylgja teimum ráðum, ið hinir gomlu høvdu rátt honum, men svaraði, eins og hinir ungu høvdu rátt honum til, og mælti: «Faðir mín gjørdi ok tykkara tungt, men eg skal gera tað uppaftur tyngri! Faðir mín revsaði tykkum við koyrlum, men eg skal revsa tykkum við sporðdrekum!» Og ikki vildi kongur lurta eftir fólkinum, av tí at Harrin hevði lagað tað soleiðis til tess at lata orð síni ganga út, sum Harrin hevði talað við Áhia profeti úr Silo til Jeróboams Nebatssonar. Og tá ið allur Ísrael sá, at kongur ikki vildi lurta eftir teimum, gav fólkið kongi hetta svar: «Hvønn lut hava vit í Dávidi? Onga arvagrein hava vit í Ísaisyni! Til tjalda tína, Ísrael! Gæta nú, Dávid, títt egna hús!» Síðan fór Ísrael heim til sín sjálvs. Men yvir teim Ísraelsmonnum, sum búðu í Júda borgum var Rehábeam kongur. Rehábeam kongur sendi nú Ádóniram, ið ráddi fyri skyldubønarfólkinum, til teirra; men allur Ísrael grýtti hann við gróti, so at hann doyði; tá leyp Rehábeam kongur við skundi upp á vagnin og flýddi til Jerúsalem. Soleiðis sleit Ísrael trúnað við Dávids hús; og so er vorðið enn í dag. Men tá ið allur Ísrael frætti, at Jeróboam var afturkomin, sendu teir boð til hansara um at koma á ting og kjósaðu hann til kong yvir øllum Ísrael; einans Júda ætt fylgdi Dávids húsi. Tá ið Rehábeam var afturkomin til Jerúsalem, savnaði hann saman alt Júda hús og Benjamins ætt, eitt hundrað og áttati túsund mans av valdra manna liði til tess at herja á Ísraels hús og vinna Rehábeami Sálomonssyni kongsdømið aftur. Men tá fekk Sjemaja Guðsmaður hetta orð frá Guði: «Sig við Rehábeam Sálomonsson, kongin í Júda, og við alt Júda hús og Benjamins hús og við alt hitt fólkið: So sigur Harrin: Ikki mega tit fara í hernað móti brøðrum tykkara Ísraelsmonnum; farið heim aftur hvør til sín sjálvs; tí at av mínum ávum er hetta komið í lag!» Tá ið teir hoyrdu orð Harrans, snúðust teir heim aftur, eins og Harrin hevði boðið. Jeróboam víggirdi Sikem á Efraims fjøllum og búsettist har. Seinni fór hann haðan og víggirdi Penuel. Jeróboam hugsaði við sær: «Við hetta lag man kongsdømið skjótt koma aftur í Dávids ætt. Um hetta fólkið fer niðan at ofra í húsi Harrans í Jerúsalem, tá man hugur teirra aftur snúgvast til harra teirra, Rehábeam kong, í Júda; so taka teir meg av lívi og geva seg undir Rehábeam, kongin í Júda.» Tá tók kongur tað ráð at gera tveir gullkálvar og segði við fólkið: «Nóg leingi hava tit farið niðan í Jerúsalem; sí, her er gudur tín, Ísrael, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» Annan setti hann í Betel og hin setti hann í Dán. Hetta varð Ísrael til syndar. Og fólkið gekk skrúðgongu við øðrum alt at Dán og við hinum alt at Betel. Hann gjørdi eisini hov á heyggjunum og skipaði prestar av alskyns fólki, sum ikki var av Levi ætt. Fimtanda dagin í áttanda mánaði helt Jeróboam hátíð eins og hátíðin í Júda; og hann fór upp á altarið, sum hann hevði gjørt í Betel, til tess at ofra til kálvarnar, sum hann hevði gjørt; og teir prestar, sum hann hevði skipað á heyggjunum, læt hann gera tænastu í Betel. Og hann fór upp á altarið, sum hann hevði gjørt í Betel á fimtanda degi hins áttanda mánaðar, tí mánaði, tá ið hann av sínum eintingum læt Ísraelsmenn halda hátíð. Og hann fór upp á altarið og bar fram roykilsisoffur.
Og sí, beint sum Jeróboam gekk fyri altarið til tess at bera fram roykilsisoffur, kom einhvør Guðsmaður úr Júda til Betel eftir boði Harrans og rópaði móti altarinum eftir boði Harrans og mælti: «Altar, altar! So sigur Harrin: Sonur skal føðast í húsi Dávids, Jósia at navni; hann skal á tær ofra offurheyggjaprestar, sum á tær hava borið fram roykilsisoffur; og mannabein skulu verða brend á tær!» Samstundis boðaði hann tekin og mælti: «Hetta er tekin tess, at Harrin hevur talað: Sí, altarið skal rivna og øskan, sum á tí er, spjaðast útum!» Men tá ið Jeróboam kongur hoyrdi hesi orð, sum Guðsmaðurin rópaði móti altarinum í Betel, rætti hann út hond sína frá altarinum og mælti: «Takið hann á hondum!» Men í sama bili visnaði hondin, sum hann rætti út móti honum; og ikki kundi hann taka hana aftur til sín; og altarið rivnaði, so øskan spjaddist burtur frá altarinum samsvarandi tí tekini, ið Guðsmaðurin hevði boðað eftir orði Harrans. Tá tók kongur til orða og mælti við Guðsmannin: «Blíðka tú Harran, Guð tín, og bið fyri mær, so eg fái tikið hondina aftur til mín.» Tá blíðkaði Guðsmaðurin Harran, so kongur kundi taka hondina aftur til sín; og varð hon aftur, sum hon áður hevði verið. Síðan segði kongur við Guðsmannin: «Kom tú heim við mær og fá tær ein hjartastyrk, so skal eg geva tær einahvørja gávu.» Men Guðsmaðurin svaraði kongi: «Um tú gavst mær helmingin av ogn tíni, kom eg kortini ikki við tær; hvørki vátt ella turt vil eg bragda á hesum staði! Tí at hetta hevur verið mær boðið við orði Harrans: Tú skalt hvørki njóta mat ella drekka vatn og ikki snúgva heim aftur somu leið, sum tú komst!» Síðan fór hann ein annan veg og snúði ikki heim aftur somu leið, sum hann var komin til Betel. Men í Betel búði gamal profetur; synir hansara komu og søgdu honum frá øllum tí, sum Guðsmaðurin hevði gjørt tann dagin í Betel, og frá tí, sum hann hevði talað við kongin. Og tá ið teir høvdu sagt faðir sínum frá hesum, spurdi hann teir: «Hvørja leið fór hann?» Og synir hansara sýndu honum ta leið, sum Guðsmaðurin, ið komin var úr Júda, var farin. Tá segði hann við synir sínar: «Saðlið mær asnan!» Og teir saðlaðu honum asnan; og hann steig á bak, helt aftan á Guðsmannin og fann hann sitandi undir eikini; og hann spurdi hann: «Ert tú Guðsmaðurin, ið kom úr Júda?» Hann svaraði: «Ja!» Tá segði hann við hann: «Kom heim við mær og fá tær at eta!» Men hann svaraði: «Nei, eg má ikki venda aftur saman við tær; og hvørki má eg njóta mat ella drekka vatn saman við tær á hesum staði! Tí at soleiðis hevur verið mær boðið við orði Harrans: Tú skalt hvørki njóta mat ella drekka vatn har og ikki venda heim aftur somu leið, sum tú komst!» Men hann svaraði honum: «Eisini eg eri profetur eins og tú, og eingil hevur við orði Harrans sagt við meg: Tak hann heim aftur við tær og gev honum at eta og drekka!» Men hetta leyg hann fyri honum. Tá vendi hann aftur við honum og át og drakk í húsi hansara. Men sum teir sótu til borðs, kom orð Harrans til profetin, ið hevði fingið hin at venda aftur, og hann rópaði á Guðsmannin, sum var komin úr Júda og mælti: «So sigur Harrin: Av tí at tú vart skipan Harrans ólýðin og ikki varðveitti boð tað, sum Harrin, Guð tín, legði fyri teg, men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, har sum hann hevði boðið tær ikki at eta og drekka, tí skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!» Tá ið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum asnan, og fór hann tá heim aftur; men á vegnum kom ljón ímóti honum og drap hann. Og har lá tá lík hansara endilangt á vegnum, meðan asnin stóð uppi yvir tí; eisini ljónið varð standandi uppi yvir líkinum. Men har komu menn framvið, og tá ið teir sóu líkið liggja endilangt á vegnum og ljónið standandi uppi yvir tí, fóru teir og søgdu frá tí í borgini, har sum hin gamli profeturin búði. Men tá ið profeturin, ið hevði fingið hin til at venda aftur, hoyrdi hetta, segði hann: «Hatta er hin Guðsmaðurin, ið var skipan Harrans ólýðin; tí hevur Harrin givið hann í ljónsins vald; tað hevur morlað og dripið hann samsvarandi tí orði, ið Harrin hevði talað við hann.» Síðan segði hann við synir sínar: «Saðlið mær asnan!» Og tá ið teir høvdu saðlað hann, reið hann avstað og kom fram á lík hans, ið lá har endilangt á vegnum, og asnan og ljónið standandi uppi yvir tí; men ljónið hevði hvørki etið líkið ella skrætt asnan sundur. Hann tók tá líkið av Guðsmanninum upp á asna sín og flutti tað heim í borgina til tess at harma hann og jarða hann. Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og teir harmaðu hann og søgdu: «Á, bróðir mín!» Men tá ið hann hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: «Tá ið eg eri deyður, tá jarðið meg í teirri grøv, sum Guðsmaðurin er jarðaður í; latið míni bein hvíla hjá hansara beinum, til tess at míni bein mega varðveitast saman við hansara beinum. Tí at tað orðið frá Harranum, ið hann rópaði móti altarinum í Betel og móti øllum hovunum á heyggjunum í borgum Sámáriu, man vissuliga fara at sannast!» Heldur ikki eftir hesar tilburðir lætti Jeróboam av sínum ringa lívi; men helt áfram av alskyns fólki at skipa prestar við offurheyggjarnar og víga hvønn sum helst til at vera prestur á offurheyggjunum. Hetta varð Jeróboams húsi til syndar og atvoldin til, at tað varð týnt og oytt oman av jørðini.
Á átjanda ríkisári Jeróboams Nebátssonar, varð Ábia kongur í Júda. Í trý ár var hann kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Máaka, dóttir Absalons. Hann fylgdi faðir sínum í øllum teimum syndum, ið hann hevði gjørt undan honum; og ikki tænti hann Harranum, Guði sínum, av heilum huga, eins og Dávid, forfaðir hansara, hevði gjørt. Men einans fyri Dávids sakir gav Harrin, Guð hansara, honum lampu í Jerúsalem við at hevja synir hansara í hásætið eftir hann og lata Jerúsalem standa, av tí at Dávid hevði gjørt tað, ið rætt var í eygum Harrans og alla ævi sína á ongum sinni vikið frá nøkrum av tí, sum hann hevði lagt fyri hann, uttan í tí, sum hann hevði gjørt móti Uria Hetita. Millum Rehábeams og Jeróboams var ófriður, so leingi sum hann livdi. Tað, ið meira er at siga um Ábia, og um alt tað, sum hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Júda konga. Eisini millum Ábia og Jeróboams var bardagi. Síðan legðist Ábia til hvíldar hjá fedrum sínum; hann varð jarðaður í Dávidsborgini. Og Ása, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Á tjúgunda ríkisári Jeróboams kongs í Ísrael, varð Ása kongur í Júda. Hann sat sum kongur í Jerúsalem í fjøruti og eitt ár. Móðir hans æt Máaka, dóttir Absalons. Ása gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, eins og Dávid forfaðir hans. Hann rak kallskøkjurnar út úr landinum og týndi allar skurðgudar, ið fedrar hansara høvdu latið gera. Eisini tók hann drotningartignina frá Máaku, móður síni, fyri at hon hevði gjørt andstyggiliga Ásjerumynd. Ása høgdi sundur hesa andstyggiligu mynd og brendi hana í Kedrons dali. Men offurheyggjarnar tók Ása ikki av; tó fylgdi hann Harranum av heilum huga alla ævi sína. Og halgigávur faðir síns eins og sínar egnu flutti hann inn í hús Harrans, silvur og gull og aðrar lutir. Ása og Básja, Ísraels kongur, áttu ófrið saman alla ævi sína. Básja, kongur í Ísrael, fór herferð móti Júda og víggirdi Ráma, so at eingin maður kundi sleppa út ella inn hjá Ása, Júda kongi. Tá tók Ása alt silvurið og gullið, ið eftir var í fæhirðslum tempulsins og kongshallarinnar, og fekk tænarum sínum tað og sendi teir til Benhádads Tabrimmonssonar, Hezjonssonar, kongs í Áram, ið búði í Dámaskus, við hesum boðum: «Sáttmáli er jú okkara millum og millum faðirs míns og faðirs tíns; nú sendi eg tær gávur í silvuri og gulli, til tess at tú skalt slíta sáttmála tín við Básja, Ísraels kong, so at hann steðgar bardaganum móti mær.» Benhádad eftirlíkaði Ása kongi í hesum og sendi herhøvdingar sínar móti borgum Ísraels og hertók Ijjon, Dán, Ábel-Bet-Máaka og alt Kinnerot eins og alt Naftali land. Tá ið Básja frætti hetta, lætti hann av at víggirða Ráma og snúðist heim aftur í Tirza. Men Ása kongur beyð út øllum Júdamonnum, og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Básja hevði víggirt Ráma við; við hesum víggirdi nú Ása kongur Geba í Benjamin og Mizpa. Tað, ið meira er at siga um Ása, um brøgd hans og alt tað, sum hann gjørdi, og tær borgir, ið hann víggirdi, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Tó er at siga, at hann á gamalsaldri varð sjúkur í fótum sínum. Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í borg Dávids, forfaðirs síns. Og Jósafat, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Nádab, sonur Jeróboams, varð kongur yvir Ísrael í øðrum ríkisári Ása, Júda kongs; og tvey ár var hann kongur yvir Ísrael. Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor faðirs síns og gjørdi somu syndir, sum hann hevði tølað Ísrael at gera. Men Básja, sonur Áhia, av ætt Issakars fekk í lag samansvørjing móti honum og drap hann við Gibbeton, ið Filistar áttu, meðan Nádab og allir Ísraelsmenn tókust við at kringseta Gibbeton. Básja drap hann á triðja ríkisári Ása, Júda kongs, og tók ríki eftir hann. Og tá ið hann var vorðin kongur, drap hann alla ætt Jeróboams og læt ikki livandi mannkyn vera eftir hjá Jeróboami, men avoyddi tað alt samalt; og soleiðis sannaðust tey orð Harrans, ið hann hevði talað við tænara sínum, Áhia úr Silo, aftur fyri tær syndir, ið Jeróboam hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, og at hann hevði reitt Harran, Ísraels Guð. Tað, ið meira er at siga um Nádab og alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Ása og Básja, Ísraels kongur, lógu í stríði alla ævi sína. Á triðja ríkisári Ása, Júda kongs, varð Básja, sonur Áhia, kongur yvir øllum Ísrael, og hann sat sum kongur í Tirza tjúgu og fýra ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og gekk í fótasporum Jeróboams og í syndum hansara, sum hann eisini hevði fingið Ísrael at gera.
Men orð Harrans um Básja kom til Jehu Hánanisonar soljóðandi: «Eg hevjaði teg upp úr dustinum og skipaði teg høvdinga yvir fólki mínum Ísrael, men tú hevur stigið í fótaspor Jeróboams og tølað Ísrael til at synda, so at teir hava vakt vreiði mína við syndum sínum; tí skal eg sópa burtur Básja og ætt hansara og fara við ætt tíni, eins og eg fór við ætt Jeróboams Nebatssonar; hvønn tann av ætt Básja, ið doyr innanborgar, skulu hundarnir eta, og hvønn tann, ið doyr á víðavangi, skulu fuglar himinsins eta!» Tað, ið meira er at siga um Básja, tað, sum hann gjørdi, og brøgd hansara, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Síðan legðist Básja til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Tirza; og Ela, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Men við Jehu profeti Hánanisyni kom dómsorð Harrans yvir Básja og ætt hansara, bæði fyri alt tað illa, ið hann hevði gjørt í eygum Harrans, til tess at reita hann við handaverkum sínum, so at hann var líkur Jeróboams ætt, og fyri tað at hann hevði avoytt ætt Jeróboams. Á tjúgunda og sætta ríkisári Ása, Júda kongs, varð Ela, sonur Básja, kongur yvir Ísrael; hann sat sum kongur í Tirza í tvey ár. Men Zimri, hirðmaður hansara, ið var oddamaður fyri helmingi vagnliðsins, íbirti samansvørjing móti honum; og tá ið hann eina ferð í Tirza sat drukkin í veitslu heima hjá Arza, drottseta sínum, kom Zimri inn, legði á hann og drap hann, á tjúgunda og sjeynda ríkisári Ása, Júda kongs, og tók ríkið eftir hann. Og tá ið hann var vorðin kongur og setstur í hásætið, tók hann av lívi allar ættarmenn Básja og læt ikki livandi kallkyn verða eftir hjá honum, hvørki av frændum ella vinum hans. Soleiðis avoyddi Zimri alla ætt Básja eftir tí orði, sum Harrin hevði talað við Jehu profeti móti Básja vegna tær syndir, Básja og Ela, sonur hansara, høvdu gjørt og tølað Ísrael við til tess at reita Harran, Ísraels Guð, við fánýtu gudum sínum. Tað, ið meira er at siga um Ela og alt tað, ið hann gjørdi, er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Á tjúgunda og sjeynda ríkisári Ása, Júda kongs, tók Zimri ríkið og sat í sjey dagar sum kongur í Tirza; herliðið tókst tá við at kringseta Gibbeton, ið Filistar áttu. Men meðan kringsetingin fór fram, frættist, at Zimri hevði íbirt samansvørjing og dripið kongin; tá tók allur Ísrael tann dagin í herbúðunum Omri, herhøvdinga Ísraels, til kong. Síðan fóru Omri og allur Ísrael við honum frá Gibbeton og tóku at kringseta Tirza. Men tá ið Zimri sá, at borgin var tikin, gekk hann inn í kongshøllina og setti eld á hana, og soleiðis doyði hann vegna tær syndir, sum hann hevði gjørt við at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans, og ganga í fótasporum Jeróboams og í teimum syndum, sum hann hevði gjørt og tølað Ísrael til at gera. Tað, ið meira er at siga um Zimri og um samansvørjing hansara, er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Um tað mundið fór Ísraels fólk sundur í tvinnanda flokkar; annar fylgdu Tibni Ginatssyni og tók hann til kong, meðan hin fylgdi Omri. Men teir, ið fylgdu Omri, fingu yvirlutan yvir teimum, ið fylgdu Tibni Ginatssyni. Og tá ið Tibni var deyður, varð Omri kongur. Á tríatiunda og fyrsta ríkisári Ása, Júda kongs, varð Omri kongur yvir Ísrael; hann sat sum kongur í tólv ár; fyrst seks ár í Tirza; men seinni keypti hann Sámáriufjall frá Semer fyri tvær talentir í silvuri; og hann bygdi har uppi á fjallinum borg, sum hann nevndi Sámáriu eftir Semer, sum átt hevði fjallið. Omri gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og háttaði sær verri enn allir teir, ið undan honum høvdu verið. Hann gekk støðugt í fótasporum Jeróboams Nebatssonar og teimum syndum, sum hann hevði tølað Ísrael við til tess at reita Harran, Ísraels Guð, við fánýtu gudum sínum. Tað, ið meira er at siga um Omri, um brøgd hansara og alt tað, sum hann útinti, er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Og Omri legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu. Og Ákab, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Á tríatiunda og áttanda ríkisári Ása, Júda kongs, varð Ákab Omrison kongur yvir Ísrael, og hann sat í Sámáriu sum kongur yvir Ísrael í tjúgu og tvey ár. Ákab Omrison gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og háttaði sær verri enn allir, ið undan honum høvdu verið; og tað var honum ikki nóg mikið at ganga í syndum Jeróboams Nebatssonar, men hann tók sær eisini Jesabel til konu, ið var dóttir Etbáals kongs í Zidon, og tók at tæna Báali og tilbiðja hann. Og hann reisti Báali altar í tí Báalstempli, sum hann hevði bygt í Sámáriu. Hann gjørdi eisini Ásjerustólpar og mangt annað ilt til tess at reita Harran, Ísraels Guð; hann var verri enn allir Ísraels kongar, ið undan honum høvdu verið. Á hansara døgum bygdi Hiel úr Betel Jeriko upp aftur; at leggja grundarsteinin kostaði honum frumgitna sonin Ábiram og at seta upp veingjahurðarnar kostaði honum yngsta sonin Segub samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Jósva Nunssyni.
Tá mælti Elia Tisjbiti úr Tisjbe í Gilead við Ákab: «So satt sum Harrin, Ísraels Guð, livir, fyri hvørs ásjón eg standi, skal í hesum árum hvørki drúpa regn ella døgg uttan eftir mínum boði!» Síðan kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Far tær hiðan eystur um Jórdan og krógva teg har við ánna Krit. Tú skalt drekka úr ánni, og ravnunum havi eg boðið at bera tær mat hagar.» Hann so gjørdi og fór eftir boði Harrans at taka upp bústað sín við ánna Krit fyri eystan Jórdan. Hvønn morgun komu ravnarnir við breyði til hansara og hvørt kvøld við kjøti; og hann drakk úr ánni. Men tá ein tíð var umliðin, tornaði áin upp, av tí at einki regn kom á jørðina. Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Statt upp og far til Sáreptu við Zidon og búset teg har; tí at eg havi boðið eini einkju har at geva tær vistir.» Hann helt tá ferð síni til Sáreptu; og tá ið hann kom at borgarliðinum, var har einkja, ið fekst við at savna saman brennivið; hann rópaði á hana og mælti: «Gev mær eitt sindur av vatni upp í hetta ílátið til at sløkkja tostan við!» Og tá ið hon fór eftir tí, rópaði hann aftan á hana: «Tak eisini ein breyðbita við til mín!» Hon svaraði: «So satt sum Harrin, Guð tín, livir, eigi eg ikki so mikið sum eina køku, men einans ein neva av mjøli í stólpanum og eitt sindur av olju í krukkuni; og nú fáist eg við at savna saman nøkur sneisapetti; síðan ætli eg mær heim at matgera til mín og son mín; tá ið vit hava etið tað, mega vit doyggja.» Men Elia segði við hana: «Óttast ikki! Far bert heim og ger, eins og tú hevur sagt; men ger mær fyrst eina lítla køku burturav og ber mær hana higar; og matger síðan tær og syni tínum; tí at so sigur Harrin, Ísraels Guð: Mjølið í stólpanum skal ikki verða uppi, og oljan í krukkuni skal ikki tróta alt fram at tí degi, tá ið Harrin aftur letur regn koma á jørðina!» Hon fór tá og gjørdi, sum Elia hevði sagt; og bæði hon og sonur hennara høvdu nóg mikið at eta langa tíð. Mjølið í stólpanum varð ikki uppi, og oljan í krukkuni treyt ikki samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Elia. Nakað eftir hetta sjúklaðist sonur húsfrúnnar, og sjúkan versnaði, til einki lív var eftir í honum. Tá mælti hon við Elia: «Hvat havi eg við teg at gera, tú Guðsmaður! Ert tú komin higar at minna á synd mína og deyða son mín?» Men hann segði við hana: «Fá mær son tín.» Og hann tók hann av fangi hennara og bar hann upp á loftið, har sum hann hølaðist, og legði hann í rekkju sína. Síðan rópaði hann til Harrans og segði: Harri, Guð mín! Ætlar tú tær av álvara at fara so illa við hesi einkju, sum eg gisti hjá, at tú letur son hennara doyggja? Og hann toygdi seg tríggjar ferðir yvir sveinin og rópaði á Harran og segði: «Harri, Guð mín, lat lívið koma aftur í henda svein!» Og Harrin hoyrdi rødd Elia, og lívið kom aftur í sveinin, so at hann livnaði uppaftur. Elia tók sveinin og bar hann av loftinum niður í stovuna; og hann gav hann móður síni og mælti: «Sí, sonur tín livir!» Tá mælti konan við Elia: «Nú veit eg av sonnum, at tú ert Guðsmaður, og at orð Harrans í munni tínum er sannleiki!»
So leið tíðin, og á triðja ári kom orð Harrans til Elia soljóðandi: «Far og lat Ákab síggja teg. Eg ætli at lata tað regna aftur á jørðina.» Tá fór Elia til tess at lata Ákab síggja seg. Men hungursneyðin var mikil í Sámáriu. Ákab sendi tí boð eftir Óbadja drottseta. Óbadja var maður, ið óttaðist Harran mikið. Ta ferðina, tá ið Jesabel avoyddi profetar Harrans, hevði hann tikið hundrað profetar og krógvað teir í tveimum hellum, fimmti í hvørjum, og givið teimum mat og drekka. Ákab segði nú við Óbadja: «Latum okkum fara um landið og leita upp allar vatnslindir og allar løkir. Kanska finna vit gras, so at vit fáa hildið lív í rossum og múldjórum og sleppa undan at slátra nakað av fenaðinum.» Ákab og Óbadja skiftu nú landið sín ámillum til umferðar, soleiðis at teir fóru hvør sína leið. Meðan Óbadja nú gekk leið sína, møtti hann Elia; og tá ið hann bar kenslu á hann, fell hann fram á ásjón sína og mælti: «Er tað tú, harri mín, Elia?» Hann svaraði honum: «Ja, tað eri eg; far og sig harra tínum, at Elia er her.» Men hann svaraði: «Hvør er misgerð mín, at tú ætlar at geva tænara tín upp í hendur Ákabs, so at hann drepur meg? So satt sum Harrin, Guð tín, livir, er ikki til tann tjóð og tað ríki, hagar harri mín ikki hevur sent boð til tess at leita eftir tær. Og um sagt varð: Hann er ikki her, tá læt hann ta tjóð og tað ríki gera eið upp á, at eingin hevði hitt teg. Og nú biður tú meg fara og siga harra mínum frá, at Elia er her! Men fari eg frá tær, og andi Harrans tessámillum flytur teg á annan stað, sum er mær ókunnigur, og eg fari at siga Ákabi frá hesum, tá man hann drepa meg, um hann ikki finnur teg. Og tænari tín hevur tó óttast Harran frá ungum árum! Hevur harri mín ikki hoyrt, hvat ið eg gjørdi, tá ið Jesabel drap profetar Harrans, hvussu eg krógvaði hundrað av profetum Harrans í tveimum hellum, fimmti í hvørjum, og helt teir við breyði og vatni? Og kortini biður tú meg fara og siga harra mínum frá, at Elia er her, so at hann tekur meg av lívi!» Tá svaraði Elia: «So satt sum Harri herliðanna livir, fyri hvørs ásjón eg standi, vil eg í dag lata hann síggja meg!» Óbadja fór tá at hitta Ákab og segði honum frá hesum; síðan fór Ákab á fund við Elia. Og tá ið Ákab bar eyga við Elia, segði hann við hann: «Er tað tú, ið veldur Ísrael ógævu?» Hann svaraði: «Ikki eg havi volt Ísrael ógævu, men tú og ætt tín, av tí at tit havna boðorðum Harrans og elta Báalarnar! Men lat nú boð fara um og savna til mín á Karmelfjalli allan Ísrael saman við teim fýra hundrað og fimmti Báalsprofetum og teimum fýra hundrað Ásjeruprofetum, ið sita til borðs hjá Jesabel!» Ákab sendi nú boð um allan Ísrael og savnaði profetarnar saman á Karmelfjalli. Tá steig Elia fram fyri alt fólkið og mælti: «Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!» Og fólkið fekk einki svarað honum. Tá mælti Elia við fólkið: «Eg eri eina eftir av profetum Harrans, og Báalsprofetarnir eru fýra hundrað og fimmti. Fáið okkum nú tveir ungar tarvar; teir skulu velja sær annan og skera hann sundur og leggja hann á brenniviðin, men ikki seta eld á; eg skal tá búgva hin til og leggja hann á brenniviðin, men ikki kynda eld. Ákallið tit tá navn guds tykkara, og eg skal ákalla navn Harrans. Tann gudur, ið tá svarar við eldi, hann er Guð!» Tá svaraði alt fólkið og segði: «Henda ætlanin er góð!» Síðan segði Elia við Báalsprofetarnar: «Kjósið tykkum nú annan tarvin og búgvið tit hann til fyrst, av tí at tit eru so nógvir; og ákallið síðan navn guds tykkara, men kyndið ikki eld!» Tá tóku teir tarvin og búðu hann til og ákallaðu Báal frá morgni til middags og rópaðu: «Báal, svara okkum!» Men har var deyðakvirt; eingin svaraði. Samstundis dansaðu teir haltandi kring um altarið, sum teir høvdu reist. Men um middagsleitið fór Elia at speireka teir og siga: «Rópið harðari; tí at hann er jú gudur; hann hevur annað at hugsa um; ella hann kann hava tikið seg burtur úr stað ella vera farin út at ferðast; eisini kann hann vera sovnaður og má tí vekjast upp.» Tá rópaðu teir enn harðari og tóku eftir siðvenju at skeina holdið við svørðum og spjótum, so blóðið rann niður eftir teimum. Og tá ið farið var um middag, leikaðu teir sum óðir og hildu á, líka til grónofrið skuldi verða framborið. Men har var deyðakvirt, einki svar og eingin bønhoyring. Tá segði Elia við alt fólkið: «Komið higar til mín!» Og tá ið alt fólkið var komið fram til hansara, fór hann at byggja uppaftur altar Harrans, ið niður hevði verið rivið. Og Elia tók tólv steinar samsvarandi talinum á ættargreinum Jákups, ið Harrin hevði talað við og sagt: «Ísrael skal navn títt verða!» Og hann bygdi í navni Harrans altar av steinunum og gróv veit rundan um altarið til støddar sum teigur, ið tvær seur av sáði fara í. Síðan legði hann brenniviðin upp á altarið, limaði tarvin sundur og legði hann á brenniviðin. Tá ið tað var gjørt, beyð hann: «Fyllið fýra kaggar við vatni og stoytið tað út yvir brenniofrið og viðin!» Teir so gjørdu. Men hann mælti: «Gerið tað aðru ferð!» Og teir gjørdu tað aðru ferð. Uppaftur mælti hann: «Gerið tað triðju ferð!» Og teir gjørdu tað triðju ferð. Tá rann vatnið kring um altarið, og eisini veitin varð full av vatni. Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: «Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum! Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!» Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: «Harrin er Guð! Harrin er Guð!» Men Elia segði við tey: «Takið profetar Báals á hondum; latið ongan teirra komast undan!» Og teir tóku teir á hondum, og Elia leiddi teir oman at Kisjon-ánni, og har drap hann teir. Síðan mælti Elia við Ákab: «Far nú niðan og et og drekk, tí at eg hoyri róm av regni!» Tá fór Ákab niðan til tess at eta og drekka; men Elia fór dygst niðan á Karmel, lútaði til jarðar og legði andlitið millum knøini. Seinnameiri mælti hann við svein sín: «Far niðan og lít út yvir havið!» Hann fór niðan og hugdi eftir, men segði seg einki at síggja. Sjey ferðir bað hann hann fara niðan, og sjey ferðir kom sveinurin aftur. Men sjeyndu ferð mælti hann: «Nú stígur lítið skýggj eins og manshond upp úr havsbrúnni.» Tá mælti Elia: «Far og sig við Ákab: Set nú fyri vagnin og skunda tær oman, so at tú ikki verður hindraður av regninum!» Og um eitt bil dró hann dimm stormskýggj upp á luftina, og tað varð stoytiregn. Men Ákab snúðist upp í vagn sín og helt ferðini til Jizreel. Men hond Harrans kom yvir Elia, og hann gyrdi seg um lendar og rann undan Ákabi alla leiðina til Jizreel.
Ákab segði nú Jesabel frá øllum tí, sum Elia hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði. Tá sendi Jesabel ørindrekar á fund við Elia og læt siga: «Gudarnir geri bæði hetta og hatta við meg, um eg ikki í morgin um hetta mundið fari við lívi tínum eins og farið hevur verið við lívi hvørs teirra!» Tá kom ótti á hann, og hann reis upp og fór avstað til tess at firra lívi sínum. Og tá ið hann var komin til Beersjebu, sum er í Júda, læt hann svein sín vera eftir har. Men sjálvur helt hann ferðini út í oyðimørkina; og tá ið hann var komin eina dagsferð fram, settist hann undir ein gývilrunn. Tá ynskti hann sær deyðan og mælti: «Nú er nóg mikið; tak nú, Harri, lív mítt, tí at eg eri ikki frægari enn fedrar mínir!» Síðan legði hann seg og sovnaði undir gývilrunninum. Men sí, ein eingil nart við hann og mælti: «Rís upp og et!» Og tá ið hann leit seg um, sá hann við høvdalagið nýbakaða køku og bolla við vatni; hann fekk sær nú at eta og drekka og legði seg aftur. Men eingil Harrans kom aftur og nart við hann aðru ferð og segði: «Rís upp og et, tí at annars verður leiðin tær ov long!» Tá reis hann upp og fekk sær at eta og drekka; og styrktur av hesum verði helt hann áfram í fjøruti dagar og fjøruti nætur, til hann kom at gudsfjallinum Hóreb. Har fór hann inn í helli og var har um náttina. Tá kom orð Harrans til hansara og segði við hann: «Hvat gert tú her, Elia?» Hann svaraði: «Eg brenni av vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar; eg eri eina eftir; og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!» Tá mælti hann: «Far út og statt á fjallinum frammi fyri Harranum!» Og sí, Harrin fór framvið, og undan honum fór ógvuligt harðveður, ið sorlaði fjøllini og smildraði klettar; men Harrin var ikki í harðveðrinum. Eftir stormin kom landskjálvti; men Harrin var ikki í landskjálvtanum. Og eftir landskjálvtan kom eldur; men Harrin var ikki í eldinum. Eftir eldin kom lítið blídligt fleyr. Og tá ið Elia hoyrdi tað, huldi hann andlit sítt við skikkju síni, fór út og tók støðu við hellismunnan. Og sí, tá hoyrdi hann eina rødd siga: «Hvat gert tú her, Elia?» Hann svaraði: «Eg brenni í vandlæti fyri sakir Harrans, Guðs herliðanna, av tí at Ísraelsmenn hava svikið sáttmála tín, brotið niður altar tíni og dripið profetar tínar við svørði; eg eri nú eina eftir, og mær royna teir eftir til tess at taka meg av lívi!» Men Harrin segði við hann: «Vend aftur og far til oyðimørkina við Dámaskus; og far og salva Házael til kong yvir Áram. Nehu Nimsjison skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa Sjáfatsson úr Ábel-Mehóla skalt tú salva til profet í tín stað! Og hvønn tann, ið kemst undan svørði Házaels, skal Jehu drepa; og hvønn tann, ið kemst undan svørði Jehu, skal Elisa drepa. Men sjey túsund vil eg lata verða eftir í Ísrael, hvørt knæ, ið ikki hevur nigið fyri Báali, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.» Síðan fór hann haðan og hitti Elisa Sjáfatsson, ið fekst við at pløga; tólv pør av oksum gingu undan honum, og sjálvur gekk hann hjá tí tólvta. Tá fór Elia yvir til hansara og kastaði skikkju sína yvir hann. Tá fór hann frá oksunum, rann aftan á Elia og mælti: «Loyv mær fyrst at mynnast við faðir og móður, síðan skal eg fylgja tær!» Hann svaraði honum: «Far tú bara; men minst til, hvat ið eg havi gjørt við teg!» Tá vendi hann aftur og fór frá honum; so tók hann oksaparið og slátraði tað, kókaði oksarnar við týggjunum og gav fólkinum at eta. Síðan reis hann og fór aftan á Elia og tænti honum.
Benhádad, kongur av Áram, savnaði allan her sín; og tríati og tveir kongar fylgdu honum við hestum og hervagnum; og hann fór niðan og kringsetti Sámáriu og gjørdi álop á hana. Hann sendi tá ørindrekar inn í borgina til Ákabs Ísraelskongs og læt siga við hann: «So sigur Benhádad: Silvur títt og gull er mítt; og hinar fagrastu konur tínar og børn tíni hoyra mær til!» Ísraels kongur svaraði og mælti: «Tær hoyri eg til við øllum, sum eg eigi, eins og tú mælir, harra kongur.» Ørindrekarnir komu tá aftur og søgdu: «So sigur Benhádad: Eg sendi boð til tín og læt siga: Silvur títt og gull og konur tínar og børn tíni skalt tú geva mær! Tá ið eg í morgin um hetta mundið sendi menn mínar til tín, skulu teir rannsaka hús títt og húsini hjá tænarum tínum og taka sær alt tað, ið teimum hugar, og hava tað aftur við sær.» Tá kallaði Ísraels kongur til sín allar hinar elstu í landinum og mælti: «Hyggið nú og síggið, hvussu hann er vándur í ráðum! Nú sendir hann boð eftir konum mínum og børnum, tó at eg hvørki havi sýtt honum gull ella silvur mítt!» Allir hinir elstu og fólkið alt svaraðu honum: «Lat tær ikki eftirlíka; lýð honum ikki!» Tá segði hann við ørindrekar Benhádads: «Farið og sigið konginum, harra mínum: Alt tað, sum tú á fyrsta sinni gavst tænara tínum boð um, vil eg gera; men hetta kann eg ikki gera.» Ørindrekar fóru og fluttu honum hetta svarið. Tá sendi Benhádad boð til hansara og læt siga: «Gudarnir geri mær bæði hetta og hatta nú og framvegis, um dustið í Sámáriu verður nóg mikið til at fylla lógvarnar á øllum tí herliði, sum fylgir!» Men Ísraels kongur sendi honum hetta svar: «Tann, sum herklæðist, eigur ikki at rósa sær eins og hann, ið fer úr herklæðum.» Benhádad fekk hetta svar, meðan hann sat í leyvbúðunum og drakk saman við kongunum; tá rópaði hann á menn sínar: «Til bardaga!» Og síðan herjaðu teir á borgina. Tá gekk einhvør profetur inn fyri Ákab, Ísraels kong, og mælti: «So sigur Harrin: Sært tú allan handa mikla manngarð? Sí, í dag man eg geva hann upp í tínar hendur, til tess at tú mást sanna, at eg eri Harrin!» Ákab spurdi: «Við hvørs hjálp?» Hann svaraði: «So sigur Harrin: Við sveinum landshøvdinganna!» Tá spurdi hann: «Hvør skal hevja orrustuna?» Hann svaraði: «Tú!» Tá kannaði hann menn landshøvdinganna, og vóru teir tvey hundrað og tríati og tveir; síðan kannaði hann alt liðið, allar Ísraelsmenn, sjey túsund mans. Um middagsleiti ráddu teir til útgongu, beint sum Benhádad sat og drakk í leyvbúðunum saman við teim tríati og tveimum kongum, ið fylgdu honum. Sveinar landshøvdinganna fóru fremstir út. Men tá ið Benhádad fekk boð um, at menn løgdu út av Sámáriu, mælti hann: «Hvørt teir koma við friði ella stríði, so takið teir á hondum livandi!» Men tá ið sveinar landshøvdinganna og herliðið, sum teimum fylgdi, høvdu lagt út av borgini, drópu teir frá hond; tá flýddu Áramitar; og Ísraelsmenn eltu teir; men Benhádad, kongur Áramita, komst undan á hestbaki saman við nøkrum reiðmonnum. Tá legði Ísraels kongur út og tók sum herfong bæði hestar og vagnar og vann miklan sigur á Áramitum. Men profeturin steig aftur fyri Ísraels kong og mælti við hann: «Herð hugin og hugsa um, hvat tú eigur at gera, tí at næsta ár kemur kongur Áramita aftur at herja á teg!» Tá søgdu menninir hjá kongi Áramita við hann: «Av tí at gudur teirra er fjallagudur, mundu teir vinna sigur á okkum; men berjast vit við teir á slættanum, munnu vit óivað vinna sigur á teimum. Men nú skalt tú gera hetta: Koyr allar kongarnar frá og set jallar í teirra stað. Savna tær síðan herlið av somu stødd sum hitt fyrra, ið tú misti, og eins mangar hestar og vagnar, og latum okkum berjast við teir á slættanum. Tá munnu vit vissuliga vinna sigur á teimum.» Hann tók við ráði teirra og gjørdi soleiðis. Árið eftir kannaði Benhádad Áramitar og fór síðan til Áfek í hernað móti Ísrael. Eisini Ísraelsmenn vórðu kannaðir; teir fingu vistir við, og fóru teir ímóti teimum og settu herbúðir sínar beint yvir av teimum; teir vóru eins og tvey smá geitarfylgi; men Áramitar sveimaðu fjølmentir um landið. Tá gekk Guðsmaðurin fram og talaði við Ísraels kong og mælti: «Aftur fyri at Áramitar siga, at Harrin er fjallagudur og ikki dalagudur, vil eg geva alla hesa miklu mannamúgvu upp í tínar hendur, til tess at tit mega sanna, at eg eri Harrin!» Soleiðis lógu teir nú í herbúðum hvør beint yvir av øðrum í sjey dagar; men sjeynda dagin hevjaðist orrustan, og Ísraelsmenn vunnu á Áramitum og feldu eftir einum degi eitt hundrað túsund menn av gonguherfólki. Men teir, ið eftir vóru, flýddu til Áfek, inn í borgina; men borgargarðurin datt oman yvir hesar tjúgu og sjey túsund mans, ið undan høvdu komist. Eisini Benhádad var flýddur og komin inn í eitthvørt hús, har hann rann úr einum herbergi aftur í annað. Tá søgdu menn hansara við hann: «Vit hava hoyrt, at Ísraels kongar eru várkunnsamir kongar; latum okkum binda sekk um lendar okkara og reip um hálsin og ganga út til Ísraels kongs; kanska letur hann teg liva.» Teir bundu tá sekk um lendar sínar og reip um hálsin og gingu út til Ísraels kongs og søgdu: «Trælur tín Benhádad sigur: Eir mínum lívi!» Hann svaraði: «Er hann enn á lívi? Hann er bróðir mín.» Menninir hildu hetta boða frá góðum og tóku beinanvegin orð hansara uppaftur og søgdu: «Benhádad er bróðir tín.» Hann svaraði: «Farið eftir honum!» Benhádad fór tá út til hansara, og hann tók hann upp í vagnin til sín. Tá mælti Benhádad við hann: «Borgirnar, ið faðir mín tók av faðir tínum, skal eg geva tær aftur, og tú mást byggja tær sølugøtur í Dámaskus, eins og faðir mín gjørdi í Sámáriu; og afturfyri skalt tú geva mær grið og frið!» Tá gjørdi hann sáttmála við hann og læt hann leysan. Men ein av profetasonunum segði við lagsbróður sín eftir orði Harrans: «Slá meg!» Men maðurin vildi ikki sláa hann. Tá segði hann við hann: «Av tí at tú ikki lýddi rødd Harrans, skal ljón skræða teg sundur í somu løtu, sum tú fert út frá mær!» Og so varð. Tá ið hann var farin frá honum, møtti honum ljónið, ið skræddi hann sundur. Og profetasonurin hitti annan mann og mælti: «Slá meg!» Og maðurin sló hann og særdi hann. Síðan fór profeturin leið sína og tók støðu á vegnum, ið kongur skuldi koma eftir. Men hann hevði gjørt seg ókenniligan við at binda fyri eyguni. Og tá ið kongur kom framvið, rópaði hann á kongin og mælti: «Trælur tín var í miðjari orrustuni; tá gekk maður fram úr fylkingini og kom til mín við manni og mælti: Ansa mær eftir hesum manni; kemst hann undan, tá skal lív títt liggja við, ella tú skalt gjalda eina talent í silvuri. Men trælur tín stákaðist her og har, og alt í einum var maðurin horvin.» Tá segði Ísraels kongur við hann: «Hetta er dómur tín; tú hevur sjálvur dømt!» Tá tók hann skundisliga bindið frá eygunum; og Ísraels kongur kendi hann aftur, at hann var ein av profetunum. Og hann segði við hann: «So sigur Harrin: Fyri at tú gavst tí manni grið og frið, sum eg hevði halgað til bannføringar, skalt tú gjalda við lívi tínum fyri lív hansara og við tjóð tíni fyri tjóð hansara!» Ilskur og illa hýrdur fór tá Ísraels kongur heim aftur og kom til Sámáriu.
Nú bar so á, at Nábot Jizreeliti átti víngarð í Jizreel tætt við húsið hjá Ákabi kongi í Sámáriu. Og Ákab bar upp á mál við Nábot og segði: «Lat meg fáa víngarð tín; eg má hava hann sum urtagarð, tí at hann liggur tætt við hús mítt; afturfyri skal eg geva tær betri víngarð ella gjalda tær fult virði í silvuri, um tú vilt tað.» Men Nábot svaraði Ákabi: «Harrin forði mær frá at lata teg fáa arvalutin hjá fedrum mínum!» Ákab fór tá heim ilskur og illa hýrdur um tað svar, ið Nábot hevði givið honum, tá hann segði: «Eg lati tær ikki arvalutin hjá fedrum mínum upp í hendur!» Og hann legðist í rekkju, snaraði sær móti bróstinum og vildi ikki eta. Tá kom Jesabel, kona hansara, inn til hansara og segði við hann: «Hví ert tú so tungur í huga, at tú vilt ikki eta?» Hann svaraði henni: «Eg bar upp á mál við Nábot Jizreelita og segði: Lat meg fáa víngarð tín; eg skal rinda tær silvur afturfyri ella geva tær annan víngarð, um tú heldur vilt tað. Men hann svaraði: Eg lati tær ikki víngarð mín upp í hendur!» Tá segði Jesabel, kona hansara, við hann: «Er tað tú, sum hevur kongsvald yvir Ísrael? Kom nú upp og fá tær at eta og ver í góðum lag. Eg skal útvega tær víngarð Nábots Jizreelita!» Hon skrivaði nú bræv í navni Ákabs, innsiglaði tað við innsigli hansara og sendi tað hinum elstu og tignarmonnunum í bygd Nábots, samborgarum hansara. Í brævinum skrivaði hon: «Latið boða føstu og setið Nábot á odda fyri fólkinum; og beint yvir av honum skulu tit sessa tvey rætt bølmenni, ið skulu vitna móti honum og siga: Tú hevur bølbiðið Guð og kongin! Leiðið hann síðan út og grýtið hann til deyða.» Bygdarmenn hansara, hinir elstu og tignarmenninir, ið búðu í bygd hansara, gjørdu nú, sum Jesabel hevði boðið teimum, eins og skrivað var í tí brævi, ið hon hevði sent teimum. Teir boðaðu føstu og settu Nábot á odda fyri fólkinum. Síðan komu bæði bølmennini og sessaðust beint yvir av honum og vitnaðu móti honum, meðan fólkið var hjá, og søgdu: «Nábot hevur bølbiðið Guð og kongin!» Teir leiddu hann tá út um bygdina og grýttu hann til deyða. Síðan sendu teir Jesabel hesi boð: «Nábot er grýttur til deyða.» Men tá ið Jesabel hoyrdi, at Nábot var grýttur til deyða, segði hon við Ákab: «Far nú og ogna tær víngarð Nábots Jisreelita, ið hann ikki vildi selja tær; tí at Nábot er ikki longur til; hann er deyður.» Tá ið Ákab hoyrdi, at Nábot var deyður, fór hann á føtur og helt oman í víngarð Nábots Jisreelita til tess at ogna sær hann. Men orð Harrans kom til Elia Tisjbita soljóðandi: «Rís upp og far oman á fund við Ákab, Ísraels kong, sum býr í Sámáriu; hann er nú í víngarði Nábots; hann er farin oman at taka sær hann til ognar! Tú skalt siga við hann: So sigur Harrin: Hevur tú myrðað og longu tikið við arvinum? Framvegis skalt tú siga við hann: So sigur Harrin: Á sama staði, sum hundarnir sleiktu blóð Nábots, har skulu hundar eisini sleikja blóð títt!» Tá mælti Ákab við Elia: «Hevur tú nú funnið meg, fíggindi mín?» Hann svaraði: «Ja, eg havi funnið teg! Av tí at tú hevur selt teg at gera tað, ið ilt er í eygum Harrans, lati eg ógævu koma oman yvir teg og sópi teg út og avoyði hjá Ákabi hvørt manskyn, bæði fjøtraðan og frælsan í Ísrael. Og eg skal fara við ætt tíni, eins og eg fór við ætt Jeróboams Nebatssonar og Básja Áhiasonar, aftur fyri at tú elvdi mikla harmisku og eggjaði Ísrael til at synda! Men eisini um Jesabel hevur Harrin talað og sagt: Hundarnir skulu eta Jesabel á Jizreels vøllum! Hvønn tann av ætt Ákabs, ið doyr innanbíggjar, skulu hundarnir eta, og hvønn tann, ið doyr úti á víðavangi, skulu fuglar himinsins eta!» Eingin hevur verið til, ið seldi seg eins og Ákab til at gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, av tí at Jesabel, kona hansara, tøldi hann til tess. Atferð hansara var andstyggilig. Hann elti skurðgudarnar í øllum eins og Ámoritar, ið Harrin hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. Tá ið Ákab hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, læt seg í sekk og fastaði; og hann svav í sekki og fór stillisliga um. Tá kom orð Harrans til Elia Tisjbita soljóðandi: «Sært tú, hvussu Ákab eyðmýkir seg fyri mær? Av tí at hann eyðmýkir seg fyri mær, skal ógævan ikki koma, meðan hann er á lívi; men á døgum sonar hans skal eg lata ógævuna koma yvir ætt hansara.»
Nú hildu teir seg kvirrar trý ár, og eingin ófriður var millum Áramita og Ísraelita. Men í triðja ári fór Jósafat, kongur í Júda, oman til fundar við Ísraels kong. Tá mælti Ísraels kongur við menn sínar: «Vita tit ikki, at vit eiga Rámot í Gilead? Og kortini gera vit einki fyri at taka hana aftur frá kongi Áramita!» Og hann mælti við Jósafat: «Vilt tú koma við mær í bardaga um Rámot í Gilead?» Jósafat svaraði honum: «Eg eins og tú; mín tjóð eins og tín tjóð; mínir hestar eins og tínir!» Og Jósafat mælti aftur við Ísraels kong: «Far fyrst og fá fregn um, hvat ið Harrin sigur!» Tá stevndi Ísraels kongur profetunum saman, um fýra hundrað monnum og segði við teir: «Skal eg fara niðan í bardaga móti Rámot í Gilead, ella skal eg ikki fara?» Teir svaraðu honum: «Far, tí at Harrin man geva hana upp í hendur kongs.» Men Jósafat mælti: «Er her eingin profetur Harrans, ið vit mega spyrja?» Ísraels kongur svaraði: «Enn er ein eftir, ið vit mega lata spyrja Harran, men eg hati hann, av tí at hann ongantíð spáar mær gott, men einans ilt; hann eitur Mika Jimlason.» Men Jósafat mælti: «Soleiðis má kongur ikki tala!» Tá rópaði Ísraels kongur hirðmann til sín og beyð honum at fara sum skjótast eftir Mika Jimlasyni. Ísraels kongur og Júda kongur, skrýddir kongaklæðum, sessaðust nú hvør í sítt hásæti við borgarliðið í Sámáriu; og allir profetarnir profeteraðu frammi fyri teimum. Tá gjørdi Zidkia Kenáanason sær horn av jarni og mælti: «So sigur Harrin: Við hesum skalt tú renna til Áramita, til teir eru týndir!» Og allir hinir profetarnir profeteraðu tað sama og søgdu: «Herja tú á Rámot í Gilead; tú verður happadrúgvur, og Harrin man geva hana upp í hendur kongs.» Ørindrekin, ið farin var eftir Mika, segði við hann: «Allir profetarnir hava eins og við ein munn boðað kongi frá eydnu; tala nú tú eins og teir og boða honum eydnu.» Men Mika svaraði: «So satt sum Harrin livir, vil eg einans mæla tí, sum Harrin til mín talar!» Tá ið hann var komin vegin fram, spurdi kongur hann: «Mika, skulum vær fara í bardaga um Rámot í Gilead ella geva upp?» Hann svaraði honum: «Far! Tú verður happadrúgvur, Harrin man geva Rámot upp í hendur kongs!» Men kongur svaraði honum: «Hvussu mangar ferðir skal eg lata teg svørja, at tú ikki sigur annað enn sannleikan í navni Harrans?» Tá mælti hann: «Eg sá allan Ísrael spjaddan um fjøllini eins og fylgi uttan seyðamann; og Harrin segði: Teir hava ongan harra; fari teir í friði heim aftur hvør til sín sjálvs!» Men Ísraels kongur segði við Jósafat: «Tað segði eg tær altíð! Hann spáar mær ongantíð gott, men einans ilt!» Tá mælti Mika: «Men hoyrið nú orð Harrans! Eg sá Harran sita í hásæti sínum og allan her himinsins standa honum við høgru og við vinstru lið. Og Harrin spurdi: Hvør vil tøla Ákab til tess at fara til Rámot í Gilead og falla har? Ein segði nú hetta, og annar segði hatta. Tá steig fram andi, sum gekk fram fyri Harran og mælti: Eg skal tøla hann. Harrin segði tá við hann: Við hvørjum? Hann svaraði: Eg skal fara og verða lygiandi í munni alra profeta hans. Tá mælti Harrin: Tú manst verða førur fyri at tøla hann; far og ger tað! Sí, soleiðis hevur nú Harrin lagt lygianda í munnin á øllum hesum profetum tínum; av tí at Harrin hevur rátt av at lata ógævu koma oman yvir teg.» Tá kom Zidkia Kenáanason og sló Mika á kjálkan og mælti: «Hvønn veg er andi Harrans farin frá mær til tess at tala við teg?» Men Mika svaraði: «Tað skalt tú fáa at síggja tann dag, tá ið tú flýggjar úr einum herberginum aftur í annað til tess at krógva teg!» Tá mælti Ísraels kongur: «Tak Mika og fá hann upp í hendur á Ámoni borgarstjóra og Jóasj kongssyni og sig: So sigur kongur: Rindið henda mannin í myrkustovu og gevið honum lítið og einki at eta og drekka, til eg komi aftur í øllum góðum!» Men Mika mælti: «Kemur tú aftur í øllum góðum, tá hevur Harrin ikki talað við mær.» Og hann mælti: «Hoyrið hetta, tjóðir allar!» Síðan fóru teir Ísraels kongur og Jósafat, Júda kongur, niðan til Rámot í Gilead. Og Ísraels kongur mælti við Jósafat: «Eg vil nú fara í orrustuna klæddur í dulklæði, men ver tú í tínum egnu klæðum.» Síðan læt Ísraels kongur seg í dulklæði og fór í orrustuna. Kongur Ámorita hevði tríati og tveir høvdingar fyri vagnliði sínum; teimum hevði hann givið hetta boð: «Ráðist á ongan, hvørki lágan ella høgan, uttan Ísraels kong eina!» Tá ið høvdingarnir fyri vagnliðinum sóu Jósafat, hugsaðu teir: «Hatta man vissuliga vera Ísraels kongur!» og snúðust ímóti honum til tess at ráðast á hann. Men Jósafat skar í róp. Og tá ið høvdingarnir fyri vagnliðinum sóu, at tað ikki var Ísraels kongur, snúðust teir frá honum. Tá legði maður ørv á strong og skeyt av handahógvi, og ørvin rakti Ísraels kong millum brynjuringanna. Tá mælti hann við vagnstjóra sín: «Vend við og før meg út úr orrustuni, tí at eg eri særdur.» Men orrustan harðnaði í hvørjum tann dagin; og kongurin varð standandi í vagni sínum ábeint Ámoritum alt til kvølds, tó at blóðið úr sárinum dreiv niður í vagnin. Men um kvøldið doyði hann. Tá ið sól gekk til viða, fór hetta róp um allan herin: «Fari hvør maður heim aftur í sína borg og sítt land, tí at kongur er deyður!» Tá snúðust teir aftur til Sámáriu og jarðaðu kong har. Men tá ið teir skolaðu vagnin við tjørnina í Sámáriu, komu hundarnir og sleiktu blóð hansara, og kvøldarvívini tvógu sær í tí eftir tí orði, sum Harrin hevði talað. Tað, ið meira er at siga um Ákab og alt tað, sum hann gjørdi, um fílabeinshúsið, sum hann reisti, og allar tær borgir, sum hann bygdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Síðan legðist Ákab til hvíldar hjá fedrum sínum, og Áhazja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Og Jósafat, sonur Ása, varð kongur yvir Júda í fjórða ríkisári Ákabs kongs í Ísrael. Jósafat var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og tjúgu og fimm ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Ázuba Sjilhidóttir. Hann steig í fótaspor Ása faðirs síns í øllum lutum, veik ikki frá teimum og gjørdi tað, ið rætt var í eygum Harrans. Tó tók hann ikki offurheyggjarnar av; fólkið helt áfram at ofra sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Jósafat bant frið við Ísraels kong. Tað, ið meira er at siga um Jósafat, um roysnisverk og herferðir hansara, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Mannskøkjurnar, ið eftir vóru frá døgum Ása faðirs hans, oyddi hann út av landinum. Tá var eingin kongur í Edóm. Men jallurin hjá Jósafati bygdi eitt Tarsisskip til tess at fara til Ofir eftir gulli; men ferðin varð av ongum, av tí at skipið gekk burtur við Ezjon-Geber. Ta ferðina hevði Áhazja, sonur Ákabs, sagt við Jósafat: «Lat mínar menn fara á skipi saman við tínum monnum!» Men tað vildi Jósafat ikki. Síðan legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í borg Dávids forfaðirs síns. Og Jóram, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Áhazja, sonur Ákabs, varð kongur yvir Ísrael í Sámáriu á seytjanda ríkisári Jósafats kongs í Júda; og hann ríkti yvir Ísrael í tvey ár. Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor faðirs síns og móður sínar og í fótaspor Jeróboams Nebatssonar, hann, sum elvdi Ísrael til at synda. Hann dýrkaði Báal og tilbað hann og eggjaði Harran, Ísraels Guð, til vreiði, beint so sum faðir hansara hevði gjørt.
Tá ið Ákab var deyður, breyt Móab seg undan Ísrael. Tað bar so á, at Áhazja datt út gjøgnum rimagluggan út av loftsali sínum í Sámáriu og meiddi seg. Hann sendi tá ørindrekar og segði við teir: «Farið og leitið ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron, um eg verði frískur aftur av hesi sjúku.» Men eingil Harrans segði við Elia Tisjbita: «Statt upp og far ímóti ørindrekum kongs í Sámáriu og sig við teir: Er nú eingin Guð meira til í Ísrael, at tit fara at leita ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron? Tí sigur Harrin soleiðis: Úr teirri rekkju, sum tú ert lagstur í, skalt tú ikki koma upp aftur; tí at nú skalt tú doyggja!» Síðan helt Elia leið sína. Tá ið ørindrekarnir komu aftur til hansara, spurdi hann teir: «Hví eru tit longu afturkomnir?» Teir svaraðu honum: «Maður kom ímóti okkum og segði við okkum: Vendið aftur til kongs, ið sendi tykkum, og sigið við hann: So sigur Harrin: Er nú eingin Guð meira til í Ísrael, at tit fara at leita ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron? Tí skalt tú ikki koma upp aftur úr teirri rekkju, sum tú ert lagstur í; tí at nú skalt tú doyggja!» Tá spurdi hann teir: «Hvussu sá maðurin út, ið hitti tykkum og segði hetta við tykkum?» Teir svaraðu honum: «Maðurin var í skinnfeldi og var gyrdur við leðurbelti um lendar.» Tá mælti hann: «Tað hevur verið Elia úr Tisjbe.» Hann sendi tá eftir honum fimmtihøvdingan við fimmti monnum sínum; og tá ið hann kom niðan til hansara, har ið hann sat dygst uppi á fjallinum, segði hann við hann: «Tú Guðsmaður, kongur býður tær at koma oman!» Elia svaraði og mælti við fimmtihøvdingan: «Eri eg Guðsmaður, tá komi eldur av himni og oyði teg og allar fimmti mans tínar!» Fell tá eldur av himni og oyddi hann og allar fimmti mans hansara. Aftur sendi hann eftir honum annan fimmtihøvdinga við fimmti monnum sínum; og tá ið hann kom har niðan, segði hann við hann: «Kongur býður tær at koma oman sum skjótast!» Men Elia svaraði honum: «Eri eg Guðsmaður, tá komi eldur av himni og oyði teg og fimmti mans tínar!» Fell tá eldur av himni og oyddi hann og allar fimmti mans hansara. Tá sendi hann eftir honum triðja fimmtihøvdingan við fimmti monnum sínum; og tá hesin triði fimmtihøvdingin var komin har niðan, fell hann á knæ fyri Elia, bønaði og bað hann og segði: «Tú Guðsmaður, lat lív mítt og lív hesa fimmti tænara tína vera dýrmett í tínum eygum! Sí, eldur fell av himni og oyddi hinar báðar fyrru fimmtihøvdingarnar og fimmti menn teirra; men lat nú lív mítt vera dýrmett í tínum eygum!» Tá segði eingil Harrans við Elia: «Far oman við honum og ver ikki ræddur fyri honum.» Hann fór tá og fylgdi við honum oman til kongs. Og hann segði við hann: «So sigur Harrin: Av tí at tú sendi ørindrekar at leita ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron, eins og eingin Guð hevði verið til í Ísrael at leita ráð við, tessvegna skalt tú ikki koma upp aftur úr teirri rekkju, sum tú ert lagstur í; tí at nú skalt tú doyggja!» Og hann doyði samsvarandi tí orði Harrans, ið Elia hevði talað. Og Jóram, bróðir hansara, tók ríkið eftir hann á øðrum ríkisári Jórams Jósafatssonar, kongs í Júda; tí at hann átti ongan son. Men tað, ið meira er at siga um Áhazja, og tað, sum hann útinti, er jú ritað í árbókum Ísraels konga.
Jóram, sonur Ákabs, varð kongur í Sámáriu yvir Ísrael á átjanda ríkisári Jósafats kongs í Júda; og hann sat sum kongur í tólv ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, tó ikki eins og faðir og móðir hansara, tí at hann tók burtur tær steinsúlur, ið faðir hansara hevði reist Báali. Men hann helt fast við tær syndir, sum Jeróboam Nebatsson hevði tølað Ísrael til at synda; teimum lætti hann ikki av. Mesja, kongur í Móab, átti fenað, og greiddi hann Ísraels kongi í skatti hundrað túsund lomb og ullina av hundrað túsund veðrum. Men tá ið Ákab var deyður, breyt Móabs kongur seg undan Ísraels kongi. Tá helt Jóram kongur alt í einum avstað úr Sámáriu og fór at kanna allan Ísrael. Samstundis sendi hann Jósafati, Júda kongi, hesi boð: «Móabs kongur hevur brotið seg undan mær; vilt tú koma við mær í hernað móti Móabitum?» Hann svaraði: «Ja, eg eins og tú; mín tjóð eins og tín; mínir hestar eins og tínir hestar!» Og hann spurdi: «Hvørja leið eiga vit at halda?» Hann svaraði: «Leiðina gjøgnum Edóms reyn!» Løgdu teir tá avstað, Ísraels kongur, Júda kongur og Edóms kongur. Men tá ið teir vóru komnir sjey dagsferðir fram, hevði herurin einki vatn; og heldur ikki fenaðurin, ið teir høvdu við sær. Tá mælti Ísraels kongur: «Nú er illa vorðið! Harrin hevur boðið hesum trimum kongum út til tess at geva teir upp í hendur Móabita!» Men Jósafat mælti: «Er her eingin profetur, ið kann leita okkum ráð við Harran?» Tá svaraði ein av tænarum Ísraels kongs og segði: «Her er tann Elisa Sjáfatsson, ið oysti vatn á hendur Elia.» Jósafat segði: «Hjá honum er orð Harrans!» Síðan fóru teir oman til hansara, Ísraels kongur, Jósafat og Edóms kongur. Men Elisa segði við Ísraels kong: «Hvat havi eg at gera við teg? Far til profetarnar hjá faðir tínum og móður tíni!» Ísraels kongur svaraði honum: «Nei, tí at Harrin hevur kallað hesar tríggjar kongar til tess at geva teir upp í hendur Móabita!» Tá mælti Elisa: «So satt sum Harri herliðanna livir, fyri hvørs ásjón eg standi, var tað ikki fyri at sýna Jósafati, Júda kongi, vælvild, hevði eg ikki givið tær gætur, tíansheldur hugt at tær! Men fáið mær ein streingjaleikara!» Tí at hvørja ferð streingjaleikarin sló streingirnar, kom hond Harrans yvir hann. Síðan mælti hann: «So sigur Harrin: Gravið gryvju við gryvju her í dalinum. Tí at so sigur Harrin: Hvørki munnu tit hoyra vind ella síggja regn, og kortini skal hesin dalur verða fyltur við vatni, so at tit mega drekka, bæði herur tykkara og fenaður. Tó er hetta Harranum ikki nóg mikið, hann vil eisini geva Móab upp í hendur tykkara, so at tit vinna á øllum víggirdum borgum og úrvalsborgum, øll aldintrø munnu tit fella og tippa allar vatnslindir og spilla allan gróðurmiklan bø við gróti!» Morgunin eftir, um tað mundið, tá grónofrið varð framborið, kom vatn úr ættini frá Edóm, so at landið fyltist við vatni. Men tá ið tað frættist um alt Móab, at kongarnir vóru komnir at herja á teir, varð hvør maður, ið førur var til víggja, samankallaður. Síðan fylktu teir seg við markið. Men tá ið Móabitar um morgunin snimma fóru upp, og sólin skein á vatnið, sýntist teimum vatnið framman fyri teir vera reytt eins og blóð. Tá rópaðu teir: «Hatta er blóð! Kongarnir eru samanroknir og hava jarðlagt hvør annan. Leggið nú út eftir herfongi, Móabitar!» Men tá ið teir komu fram at herbúðum Ísraels, lupu Ísraelsmenn upp og bardu Móabitar, so at teir flýddu undan teimum. Síðan brutust Ísraelsmenn inn í landið og vunnu av nýggjum sigur á Móabitum. Borgirnar brutu teir niður, allan góðan bø grýttu teir hvør við sínum steini og fyltu hann við gróti; hvørja vatnslind tiptu teir og feldu øll gróðrargóð aldintrø. At endanum var einans Kir-Háresjet eftir, og ta borgina kringsettu sleingjugarparnir og kastaðu á hana. Tá ið Móabs kongur sá, at hann var við undirlutan í orrustuni, savnaði hann um seg sjey hundrað mans við bregðaðum svørðum til tess at bróta seg ígjøgnum har, sum Edóms kongur var fyri, men teir kundu tað ikki. Tá tók hann frumgitna son sín, ið átti at taka ríki eftir hann, og ofraði hann sum brennioffur uppi á borgargarðinum. Tá kom mikil vreiði yvir Ísrael, og teir hildu ferðini burtur haðan og snúðust heim aftur í land sítt.
Ein av konum profetasonanna rópaði eina ferð á Elisa og mælti: «Trælur tín, maður mín, er deyður; og tú veitst, at trælur tín var gudrøkin maður, men nú er lángevi hans komin og krevur báðar synir hansara sum trælir!» Elisa segði við hana: «Hvat skal eg gera fyri teg? Sig mær, hvat hevur tú í húsinum?» Hon svaraði: «Trælkona tín hevur einki í húsinum uttan eitt krúss við olju.» Tá mælti hann: «Far út um bygdina og bið grannar tínar læna tær tómar kaggar, ikki ov fáar. Far síðan inn og lat hurðarnar aftur eftir tær og sonum tínum og lat av oljuni upp í allar kaggarnar og set teir burtur, so hvørt sum teir fyllast.» Hon fór tá frá honum og lokaði hurðarnar aftur eftir sær og sonum sínum. Teir fluttu henni kaggarnar, og hon læt upp í teir. Men tá ið kaggarnir vóru fullir, segði hon við son sín: «Kom við fleiri køggum!» Men hann svaraði henni: «Eingin kaggi er eftir!» Tá lætti oljan av at renna. Hetta kom konan og segði fyri Guðsmanninum, men hann segði: «Far nú og sel oljuna og rinda aftur skuld tína. Tað, ið eftir verður, mega tú og synir tínir hava at liva av!» Tað bar so á, at Elisa ein dagin var á ferð yvir til Sjúnem; har búði rík kona, ið bønaði hann at koma inn og fáa sær at eta; og hvørja ferð hann seinni kom har framvið, fór hann inn har at fáa sær at eta. Einaferð segði hon við mann sín: «Eg veit, at hesin maðurin, ið støðugt ferðast um hjá okkum, er heilagur Guðsmaður. Latum okkum tí gera lítið loftsherbergi og seta honum har legu og borð og stól og ljósastaka, so hann kann fara hagar, hvørja ferð hann kemur til okkara!» So ein dagin kom hann hagar, fór upp á loftsherbergið og legði seg at sova. Seinni segði hann við Gehazi, svein sín: «Rópa mær hesa sjúnamitisku konuna!» Hann rópaði á hana, og hon kom inn til hansara. Tá segði hann við Gehazi: «Sig við hana: Tú hevur havt alt hetta stríðið av okkum; hvat eigi eg nú at gera tær afturfyri? Er tað nakað, sum eg skal bera upp á mál við kong fyri teg ella við herhøvdingan?» Hon svaraði: «Eg búgvi her í miðjum fólki mínum!» Tá segði hann: «Hvat kann eg tá gera fyri hana?» Gehazi svaraði: «Jú, hon eigur ongan son, og maður hennara er gamal.» Tá segði hann: «Rópa hana!» Og hann rópaði á hana, og hon kom í dyrnar at standa. Og hann mælti: «Um hetta leitið aftur í áramótið skalt tú hava son á brósti!» Men hon svaraði: «Nei, harri mín, tú Guðsmaður, skrøgga ikki tílíkt fyri trælkonu tíni!» Men konan varð við barn og føddi son sama dagin aftur í áramótið, eins og Elisa hevði sagt fyri henni. Tá ið sveinurin var tilkomin, fór hann ein dagin út á bøin til faðir sín, ið var hjá akurskurðarmonnunum. Tá tók hann at rópa á faðir sín: «Á, høvur mítt, høvur mítt!» Men faðirin segði við sveinin: «Leið hann heim til móður sína!» Og sveinurin tók hann og leiddi hann heim til móður hans; hon setti seg undir hann til hádegis; tá doyði hann. Tá fór hon upp við honum og legði hann á leguna hjá Guðsmanninum, lokaði so hurðina aftur fyri honum og fór haðan. Síðan rópaði hon mann sín og segði: «Send mær ein av sveinunum og eina øsnu, so at eg sum skjótast kann koma á fund við Guðsmannin og síðan heim aftur!» Men hann svaraði: «Hví ætlar tú tær til hansara í dag? Tað er jú hvørki tendring ella hvíludagur!» Men hon svaraði: «Legg einki í tað!» Hon saðlaði tá øsnuna og segði við svein sín: «Koyr nú hart á og steðga ikki ferðini, fyrr enn eg sigi tær til!» Síðan helt hon ferðini til fundar við Guðsmannin á Karmels fjalli. Og tá ið Guðsmaðurin bar eyga við hana nakað frá, mælti hann við Gehazi, svein sín: «Hygg, hatta er hin sjúnamitiska konan! Far ímóti henni og sig við hana: Hvussu veit tær við, og hvussu veit manni tínum við og dreinginum?» Gehazi so gjørdi, og hon svaraði: «Okkum veit væl við.» Men tá ið hon var komin niðan á fjallið til Guðsmansins, treiv hon um føtur hansara. Tá kom Gehazi og vildi reka hana burtur, men Guðsmaðurin mælti: «Lat hana vera, tí at hon ber mikla sorg, og Harrin hevur dult tað fyri mær og ikki latið meg vita av tí!» Tá mælti hon: «Var tað eg, sum bað teg, harri, um son? Segði eg ikki við teg, at tú ikki mátti teipa meg?» Tá segði hann við Gehazi: «Gyrð teg um lendar, tak stav mín í hond og far avstað; møtir tú onkrum, tá heilsa honum ikki, og heilsar onkur tær, tá svara honum ikki; og tú skalt leggja stav mín yvir andlit drongsins!» Men móðir drongsins mælti: «So satt sum Harrin livir, og tú livir, skiljist eg ikki við teg!» Tá reis hann og fór við henni. Tessámillum var Gehazi farin undan teimum og hevði lagt stavin yvir andlit drongsins, men har var hvørki ljóð ella lívsbragd. Í tí skili vendi hann aftur ímóti Elisa og segði: «Drongurin vil ikki vakna!» Og tá ið Elisa kom inn í húsið, tá lá drongurin deyður á legu hans. Og hann fór inn til drongsins, lokaði hurðina eftir sær og bað til Harrans. Síðan fór hann upp og legði seg oman á dreingin við munni sínum yvir hansara munni, eygum sínum yvir hansara eygum og við hondum sínum yvir hansara hondum, og sum hann trýsti seg niður á hann, ornaði drongurin. So fór hann niður aftur og gekk eina ferð aftur og fram í húsinum, fór síðan upp aftur og boygdi seg yvir hann; tá neys drongurin sjey ferðir og læt eygu síni upp. Tá rópaði hann á Gehazi og bað hann fara eftir teirri sjúnamitisku konuni. Hann kallaði á hana, og tá ið hon var komin til hansara, segði hann við hana: «Tak son tín!» Og hon kom og fell honum til kníggja og lútaði til jarðar. Síðan tók hon son sín og fór út. Ta ferðina tá ið hallár var í landinum, kom Elisa aftur úr Gilgal; meðan nú profetasynirnir sótu frammi fyri honum, sigur hann við svein sín: «Far og set stórapott útá og kóka profetasonunum urtagreytin!» Sveinurin fór tá út í hagan at henta urtir, og tá ið hann kom fram á villa vavurt, tíndi hann av aldin hennara upp í fulla skikkju. Síðan fór hann heim aftur og skar tað niður í matarpottin, tí at hann visti ikki, hvat tað var. So oysti hann uppúr og gav monnum, men beinanvegin sum teir bragdaðu matin, rópaðu teir: «Deyðin er í pottinum, tú Guðsmaður!» Og teir kundu ikki eta matin. Tá mælti hann: «Fáið mær eitt sindur av mjøli!» Og tá ið hann hevði gjørt tað út á pottin, segði hann: «Oys nú uppúr og gev monnunum at eta!» Tá var einki skaðiligt í pottinum meira. Eina ferð kom maður úr Báal-Sjálisja við frumgróðri til Guðsmannin; tjúgu byggbreyð og nýheystað korn hevði hann í skreppu síni. Tá mælti Elisa: «Fá monnunum hetta at eta!» Men tænari hansara mælti: «Hvat munar hetta til hundrað menn?» Hann svaraði: «Borðreið bara og lat teir eta, tí at so sigur Harrin: Teir skulu eta og leiva.» Tá setti hann fyri teir, og teir ótu og leivdu, eins og Harrin hevði sagt.
Náaman, herhøvdingi hjá kongi Áramita, var í miklum metum hjá harra sínum og væl umtóktur, av tí at Harrin við honum hevði givið Áramitum sigur. Men maðurin var líktráur. Eina ferð, tá ið Áramitar høvdu verið á herferð í Ísraels landi, høvdu teir tikið unga gentu aftur við sær, ið var komin at tæna hjá konu Náamans. Hon segði nú við húsmóður sína: «Hevði harri mín bert verið hjá profetinum í Sámáriu, tá mundi hann ivaleyst grøtt hann fyri líktrá hansara!» Náaman fór nú og segði harra sínum frá, hvat ið hin ísraelitiska gentan hevði sagt. Og kongur Áramita segði: «Far tú hagar! Eg skal senda við tær Ísraels kongi bræv!» Síðan fór hann avstað og tók við tíggju talentir av silvuri og seks túsund siklar av gulli og tíggju skartbúnar. Og hann flýggjaði Ísraels kongi brævið, ið ljóðaði soleiðis: «Tá ið tú fært hetta bræv upp í hendur, skalt tú vita, at eg havi sent Náaman, tænara mín, til tín, til tess at tú skalt loysa hann við líktrá hans!» Men tá ið Ísraels kongur hevði lisið brævið, skræddi hann klæði síni og mælti: «Eri eg Guð? Havi eg vald á deyða og lívi, at hann biður meg loysa mann við líktrá hans? Nei, vita skulu tit og fáa at sanna, at hann leitar sær høvi til at herja á meg!» Men tá ið Elisa Guðsmaður frætti, at Ísraels kongur hevði skrætt klæði síni, sendi hann kongi henda spurning: «Hví skræðir tú klæði tíni? Lat hann koma til mín, so skal hann sanna, at til er profetur í Ísrael!» Tá kom Náaman við rossum og vagnum og steðgaði fyri durunum hjá Elisa. Elisa sendi út til hansara hesi boð: «Far og baða tær sjey ferðir í Jórdan, so skal hold títt grøðast, og tú verður reinur!» Tá varð Náaman illur og fór burtur, meðan hann helt fyri: «Eg hevði hugsað mær, at hann fór at koma út, og at hann hevði staðið og ákallað Harran, Guð sín, og reiggjað hondum móti halgidóminum og soleiðis grøtt líktrá mína! Eru ikki áirnar í Dámaskus, Ábana og Parpar, ólíka betri enn allar áir í Ísrael? Kundi eg ikki tváað mær í teimum og vorðið reinur?» Og hann snúðist við og fór burtur í vreiði. Tá komu sveinar hansara og talaðu við hann og søgdu: «Um profeturin hevði lagt stórar treytir á teg, mundi tú so ikki gingið undir tær? Hvussu nógv heldur nú, tá ið hann bert sigur við teg: Tváa tær, so verður tú reinur!» Tá fór hann oman og stakk seg sjey ferðir undir kav í Jórdan, eins og Guðsmaðurin hevði sagt. Og í sama bili varð hold hansara aftur eins og holdið á lítlum barni, og hann var reinur. Síðan snúðist hann aftur til Guðsmansins við øllum fylgismonnum sínum, og tá ið hann var komin aftur til hansara, gekk hann fram fyri hann og mælti: «Nú veit eg, at eingin Guð er til í nøkrum landi uttan Ísrael! Og tak nú við takkargávu av træli tínum!» Men hann svaraði: «So satt sum Harrin livir, fyri hvørs ásjón eg standi, vil eg ikki taka við nøkrum!» Og tó at hann bønaði hann, vildi hann ikki taka við gávuni. Tá mælti Náaman: «Um ikki, so lat træl tín fáa tvær klyvjar av mold; tí at trælur tín vil ikki meira ofra øðrum gudum brennioffur og sláturoffur, men einans Harranum. Hetta eina man Harrin tó fara at fyrigeva tænara tínum: Tá ið harri mín gongur í hús Rimmons til tess at biðja, og hann styðjar seg við arm mín, og eg tá saman við honum tilbiði í húsi Rimmons, tá man Harrin fyrigeva tænara tínum hetta!» Elisa svaraði honum: «Far tú í friði!» Men tá ið hann var farin frá honum og komin nakað á leið, segði Gehazi, sveinurin hjá Elisa Guðsmanni, við sjálvan seg: «Sí, harri mín hevur sloppið Náamani, hesum Áramita, undan gjaldi og ikki tikið frá honum tað, sum hann hevði við sær. So satt sum Harrin livir, vil eg renna aftan á hann og fáa eitthvørt frá honum!» Síðan helt Gehazi aftan á Náaman, og tá ið Náaman sá hann koma rennandi aftan á seg, fór hann niður av vagninum ímóti honum og mælti: «Veit væl við?» Hann svaraði: «Ja, men harri mín sendir meg við hesum boðum: Beint nú eru komnir til mín úr Efraims fjøllum tveir av profetasonunum. Gev mær eina talent av silvuri og tveir skreytbúnar til teirra!» Men Náaman segði: «Fegin gevi eg tær tvær talentir!» Og tá ið hann hevði bønað hann at taka við tí, bant hann tvær talentir av silvuri upp í tveir pjøkar saman við tveimum skreytbúnum og fekk tveir av sveinum sínum at bera tað fyri hann. Men tá ið teir komu fram at heygnum, tók hann gripirnar frá teimum og goymdi teir í húsinum og sendi síðan menninar heim aftur. Gekk hann so inn fyri harra sín. Tá mælti Elisa: «Hvaðan kemur tú, Gehazi?» Hann svaraði: «Tænari tín hevur ongastaðni verið!» Men hann segði við hann: «Eg fylgdi við tær í andanum, tá ið maðurin fór av vagninum ímóti tær. Nú hevur tú fingið silvur, og nú manst tú fáa klæði og oljugarðar og víngarðar, smalur og stórdýr, trælir og trælkonur. Men líktrá Náamans skal eisini loða við teg og avkom títt um allar ævir!» Síðan fór hann út frá honum snjóhvítur av líktrá síni.
Einaferð søgdu profetasynirnir við Elisa: «Sí, hetta høli, sum vit sita í framman fyri tær, er vorðið okkum ov trongt. Loyv okkum at fara oman at Jórdan og taka haðan hvør sín stokk og byggja okkum har høli at sita í!» Hann svaraði: «Ja, gerið so!» Tá mælti ein teirra: «Ger okkum tann beina at koma við tænarum tínum!» Hann svaraði: «Ja, eg skal koma!» Síðan fór hann við teimum, og tá ið teir komu oman at Jórdan, tóku teir at fella trø. Men sum nú ein teirra fekst við at høgga eitt træ, misti hann øksina í ánna. Tá rópaði hann: «Á, harri mín, hatta var øks, sum eg hevði lænt!» Men Guðsmaðurin mælti: «Hvar datt hon?» Og tá ið hann hevði sýnt honum staðin, skar hann viðargrein av og blakaði hana út hagar; tá flotnaði øksin. Síðan segði hann: «Tak hana nú!» Tá rætti maðurin hondina út og tók hana. Eina ferð tá kongur Áramita stríddist móti Ísrael, samráddist hann við menn sínar og mælti: «Á tí og tí staði skulu tit leggja tykkum á loynum!» Men Guðsmaðurin sendi Ísraels kongi boð um hetta og segði: «Varnist at fara fram við hasum staði, tí at har liggja Áramitar á loynum!» Ísraels kongur sendi tá varðmenn á tann stað, sum Guðsmaðurin hevði talað um. Soleiðis varaði hann Ísraels kong við ikki bert eina, men mangar ferðir. Árams kongur órógvaðist í huga um hetta, og hann stevndi monnum sínum saman og mælti við teir: «Kunnu tit ikki siga mær, hvør tað er, ið smettar fyri Ísraels kongi um loyndarmál okkara?» Tá mælti ein av monnum hansara: «Nei, kongur, harri mín, tað er ikki so, men Elisa profetur í Ísrael er tað, sum flytur Ísraels kongi boð um alt, sum tú talar í skemmu tíni.» Tá segði hann: «Farið og vitið, hvar hann er, so skal eg senda menn og lata hann taka á hondum!» Tá ið hann nú frætti, at hann var í Dótan, sendi hann avstað ross og vagnar og mikið herlið, og teir komu hagar á náttartíð og kringsettu borgina. Snimma morgunin eftir, tá ið Guðsmaðurin fór út fyri dyr, sær hann herlið kring um borgina og ross og vagnar. Tá segði sveinur hansara við hann: «Á, harri mín, hvussu skulu vit gera?» Hann svaraði: «Óttast ikki, tí at teir, ið við okkum eru, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum!» Tá fór Elisa at biðja og mælti: «Harri, lat eygu hans upp, so hann sær!» Og Harrin læt eygu sveinsins upp, og tá sá hann fjallið avtakið við eldhestum og eldvagnum kring um Elisa. Teir fóru nú oman ímóti honum, men Elisa ákallaði Harran og segði: «Blinda tú hetta fólkið!» Tá blindaði hann eygu teirra, eins og Elisa hevði biðið. Elisa segði tá við teir: «Hetta er ikki vegurin, og hetta er ikki borgin. Komið við mær, so skal eg fylgja tykkum til mannin tann, ið tit leita eftir!» Síðan fylgdi hann teimum til Sámáriu. Men tá ið teir vóru komnir inn í Sámáriu, fór Elisa at biðja og segði: «Harri, lat nú eygu teirra upp, so at teir síggja!» Tá læt Harrin eygu teirra upp, og teir sóu, at teir vóru í miðjari Sámáriu. Tá ið Ísraels kongur sá teir, segði hann við Elisa: «Faðir mín, skal eg høgga teir niður?» Men hann svaraði: «Ikki mást tú høgga teir niður! Ert tú vanur at jarðleggja teir, sum tú hertekur við svørði og boga? Gev teimum heldur at eta og drekka, og lat teir síðan snúgvast heim aftur til harra síns!» Hann setti tá nógvan mat fyri teir; og tá ið teir høvdu etið og drukkið, sendi hann teir avstað; og fóru teir heim aftur til harra síns. Eftir tað ráddust áramitiskir ránsflokkar ikki aftur á Ísrael. Eftir hetta bar so á, at Benhádad, kongur Áramita, dró saman allan her sín og fór og kringsetti Sámáriu. Men meðan teir sótu um Sámáriu, var tílíkur svøltur har, at eitt asnahøvd kostaði áttati siklar í silvuri og ein fjórðings káb av dúgvudriti fimm siklar í silvuri. Meðan Ísraels kongur ein dagin spákaði uppi á borgargarðinum, rópaði ein kona á hann og mælti: «Hjálp, kongur, harri mín!» Hann svaraði henni: «Hjálpir Harrin tær ikki, hvaðan skal eg tá veita hjálp? Frá treskivøllinum ella frá vínfarginum?» Kongur spurdi hana aftur: «Hvat er tað tá, tú vilt?» Hon svaraði: «Handa konan segði við meg: Kom við syni tínum, latum okkum eta hann í dag, í morgin skulu vit eta son mín! Síðan kókaðu vit son mín og ótu hann; men tá ið eg dagin eftir segði við hana: Kom nú við syni tínum og latum okkum eta hann! Tá krógvaði hon son sín.» Tá ið kongur hoyrdi konuna siga hetta, skræddi hann klæði síni, har sum hann stóð uppi á borgargarðinum; tá sá fólkið, at hann var ílatin sekki innast við holdið. Og hann mælti: «Harrin lati bæði hetta og hatta koma yvir meg nú og framvegis, um høvdið á Elisa Sjáfatssyni verður sitandi á honum til kvølds!» Tessámillum sat Elisa heima við hús, og hinir elstu sótu kring um hann. Tá sendi kongur ørindreka undan sær; men áður enn hann var komin vegin fram, mælti Elisa við hinar elstu: «Vita tit, at hasin blóðmaðurin hevur sent mann avstað at høgga høvdið av mær? Ansið tí eftir at loka dyrnar, tá ið hann kemur og standið fyri hurðini, so at hann ikki sleppur inn! Longu man eg hoyra harra hansara koma rennandi aftan á hann.» Áðrenn hann hevði lokið talu sína, tá var kongur komin oman til hansara og mælti: «Nú sært tú sjálvur, hvussu mikla ógævu Harrin hevur sent; hví skal eg longur vóna á Harran?»
Men Elisa segði: «Hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin: Um hetta leitið í morgin skal ein sea av fínum mjøli kosta ein sikul í silvuri og tvær seur av byggi ein sikul í silvuri í borgarliði Sámáriu!» Hirðmaðurin, ið kongur styðjaði seg við, svaraði Guðsmanninum og segði: «Um Harrin setti gluggar á himmalin, man tó tílíkt ikki fara at bera á!» Men hann svaraði: «Tú skalt fáa tað sjálvur at síggja, men einki njóta av tí!» Í borgarliðinum sótu fýra líktráir menn. Teir søgdu hvør við annan: «Hví skulu vit sita her, til vit doyggja? Gera vit av at fara inn í borgina, so mega vit doyggja har, tí at svøltur er í borgini, og verða vit sitandi her, doyggja vit eisini! Latum okkum tí fara yvir í herbúðir Áramita; lata teir okkum á lívi, so bjarga vit lívinum; og taka teir okkum av lívi, ja, so doyggja vit!» Síðan fóru teir í skýmingini yvir í herbúðir Áramita; men tá ið teir komu fram at herbúðum Áramita, tá var eingin maður har. Tí at Harrin hevði latið hoyrast í herbúðum róm av vagnum og rossum og miklum herliði, so at teir søgdu hvør við annan: «Ísraels kongur hevur leigað sær kongar Hetita og kongar Mizráims til tess at ráðast á okkum!» Tessvegna høvdu teir í skýmingini tikið til beins og latið herbúðirnar vera eftir, sum tær vóru við øllum tjøldum, hestum og øsnum og høvdu firrað lívinum. Tá ið hinir líktráu nú vóru komnir fram at herbúðunum, gingu teir inn í eitt tjald, ótu og drukku og tóku við sær haðan silvur og gull og klæði og fóru burtur og krógvaðu tað. Síðan komu teir aftur, gingu inn í annað tjald og tóku eisini ymist haðan, sum teir fluttu burtur og krógvaðu. Men tá søgdu teir hvør við annan: «Hetta er ikki rætt, sum vit havast at nú! Hesin dagur er dagur við fagnaðartíðindum; men um vit tiga og bíða, til tað fer at lýsa, tá gera vit okkum sekar. Latum okkum tí fara nú og flyta hesi tíðindi í kongshøllina!» Og teir komu og rópaðu á liðvørðir borgarinnar og søgdu fyri teimum: «Vit komu inn í herbúðir Áramita og hvørki sóu ella hoyrdu nakran mann, men hestar og asnar vóru tjóðraðir, og tjøldini stóðu, eins og tey altíð høvdu staðið!» Liðvørðirnir rópaðu hetta út, og tíðindini fluttust inn í kongshøllina. Men kongur fór upp á miðjari nátt og mælti við menn sínar: «Eg skal siga tykkum, hvat ið Áramitar ætla at gera við okkum; teir vita, at vit svølta; tessvegna eru teir rýmdir úr herbúðunum og hava krógvað seg úti á víðavangi í teirri hugsan, at vit munnu fara út úr borgini, so at teir mega taka okkum á hondum livandi og síðan brótast inn í borgina!» Tá svaraði ein av monnunum og mælti: «Lat menn taka eini fimm av rossunum, ið eftir eru, og fara út at njósnast; tað man neyvan fara at ganga teimum verri enn øllum teim nógvu av fólkinum, ið longu eru týndir!» Tóku teir tá tveir vagnar við hestum fyri, og kongur beyð teimum at fara aftan á herlið Áramita at njósnast. Teir hildu tá aftan á teir alt at Jórdan, og allur vegurin var avtakin við klæðum og vápnum, sum Áramitar høvdu tveitt frá sær á skundisligu ferð teirra. Síðan komu ørindrekar aftur og søgdu kongi frá. Tá fór alt fólkið út og rændi herbúðir Áramita, og soleiðis gekk út tað, ið Harrin hevði sagt, at ein sea av fínum mjøli skuldi kosta ein sikul í silvuri og tvær seur av byggi ein sikul í silvuri, eins og Harrin hevði sagt. Kongur hevði givið hirðmanni tí, sum hann styðjaði seg við, umsjón við borgarliðinum, men fólkið traðkaði hann í liðinum, so at hann doyði samsvarandi tí orði, ið Guðsmaðurin hevði talað ta ferðina, tá kongur var komin oman til hansara. Tí at tá ið Guðsmaðurin segði við kongin: «Um hetta leitið í morgin skulu tvær seur av byggi kosta ein sikul og ein sea av fínum mjøli ein sikul í borgarliði Sámáriu,» tá svaraði hirðmaðurin Guðsmanninum og mælti: «Um so Harrin setir gluggar á himmalin, man tó tílíkt ikki fara at bera á.» Men hann svaraði: «Tú skalt fáa tað sjálvur at síggja, men einki njóta av tí!» Og soleiðis barst honum til; fólkið traðkaði hann til deyða í borgarliðinum.
Elisa segði við konuna, ið sonin átti, sum hann hevði givið lív aftur: «Rým burtur við øllum húski tínum og tak upp bústað tín onkustaðni í útisetri, tí at Harrin letur svølt koma yvir landið, sum skal vara í sjey ár!» Konan búði seg til og gjørdi, sum Guðsmaðurin hevði sagt; og hon fór avstað við húski sínum og dvaldist í útisetri hjá Filistum í sjey ár. Men tá ið tey sjey árini vóru umliðin, kom konan aftur úr Filistalandi; og hon fór og bønaði kong um at hjálpa sær við at fáa hús og jørð aftur. Kongur stóð tá og talaði við Gehazi, svein Guðsmansins, og segði: «Sig mær gjølla frá øllum teimum avreksverkum, sum Elisa hevur gjørt!» Men meðan hann greiddi kongi frá, hvussu hann hevði gjørt hin deyða livandi, tá kom konan, sum átti sonin, ið hann hevði givið lív aftur, og bað kong hjálpa sær við at fáa hús og jørð aftur. Tá mælti Gehazi: «Kongur harri mín, hetta er konan, og hetta er sonur hennara, sum Elisa hevur vakt aftur til lívs!» Kongur spurdi nú konuna, og hon greiddi honum frá. Tá gav kongur henni hirðmann við og beyð honum at hjálpa konuni við at fáa ognir sínar aftur og somuleiðis alt tað, sum jørðin hevði borið av sær alt frá tí degi, hon fór av landinum. Eina ferð var Elisa á ferð til Dámaskus; Benhádad, kongur Áramita, lá tá sjúkur, og tá ið hann frætti, at Guðsmaðurin var á veg, segði hann við Házael: «Tak einahvørja gávu við tær og far ímóti Guðsmanninum og lat hann leita ráð við Harran, um eg verði frískur aftur!» Házael fór ímóti honum og hevði við sær gávur av alskyns gersemum úr Dámaskus, so nógv sum fjøruti kamelar vóru mentir at bera. Og tá ið hann kom, gekk hann fyri hann og mælti: «Sonur tín, Benhádad, kongur Áramita, hevur sent meg til tín til at spyrja: Verði eg frískur aftur?» Elisa svaraði honum: «Far og sig honum: Víst verður tú frískur aftur. Men Harrin hevur latið meg sæð, at hann skal doyggja!» Leingi stóð Guðsmaðurin og stardi fram fyri seg eins og lamdur av ræðslu og skar síðan í grát. Tá spurdi Házael: «Hví grætur tú, harri mín?» Hann svaraði: «Yvir ta ógævu, sum tú fert at elva Ísrael! Hervirki teirra fert tú at seta eld á, jarðleggja ungmenni teirra við svørði, drepa reivabørn teirra og kryvja teirra burðarbúnu konur!» Házael svaraði: «Hvat er trælur tín, hesin hundur, at hann skal útinna tílíkt avreksverk?» Tá mælti Elisa: «Harrin hevur latið meg sæð teg sum kong yvir Áramitum!» Házael fór síðan frá Elisa og kom aftur til harra síns, og hann spurdi hann: «Hvat segði Elisa við teg?» Hann svaraði: «Hann segði: Tú verður ivaleyst frískur aftur!» Men dagin eftir tók hann hvítil, drap hann niður í vatn og legði hann yvir andlit hansara, so at hann andaðist. Og Házael tók ríkið eftir hann. Á fimta ríkisári Jórams Ákabssonar, Ísraels kongs, varð Jóram Jósafatsson kongur í Júda. Hann var tríati ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í átta ár. Hann steig í fótaspor Ísraels konga, eins og ættarmenn Ákabs høvdu gjørt, tí at dóttir Ákabs var kona hansara, og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans. Tó vildi Harrin ikki avoyða Júda vegna Dávid, tænara sín, av tí at hann hevði heitt honum at lata allar dagar lampu hansara vera fyri ásjón hans. Á hansara døgum brutu Edómitar seg undan yvirvaldi Júda og kusu sær kong. Jóram fór tá til Záir við øllum vagnliði sínum. Og hann fór upp um náttina, og saman við høvdingum vagnliðsins breyt hann seg gjøgnum fylkingar Edómita, sum høvdu kringsett hann. Tá flýddi fólkið heim aftur hvør til sín sjálvs. Soleiðis brutu Edómitar seg undan yvirvaldi Júda, og soleiðis er enn í dag. Um sama mundið breyt eisini Libna seg undan. Tað, ið meira er at siga um Jóram, og alt tað, sum hann útinti, er jú ritað í árbókum Júda konga. Síðan legðist Jóram til hvíldar og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Áhazja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Á tólvta ríkisári Jórams Ákabssonar, Ísraels kongs, varð Áhazja Jóramsson kongur í Júda. Áhazja var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í eitt ár. Móðir hans æt Átalja, sonardóttir Omri, Ísraels kongs. Hann steig í fótaspor Ákabs ættar og gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans eins og ættarmenn Ákabs, tí at hann var í mágskapi við Ákabs hús. Hann fór saman við Jórami Ákabssyni í bardaga móti Házael, kongi Áramita, inn í Rámot í Gilead. Men Áramitar særdu Jóram. Tá snúðist hann heim aftur til tess at leita sær heilsubót í Jizreel fyri tey sár, ið Áramitar høvdu veitt honum við Rámot, tá ið hann bardist móti Házaeli, kongi Áramita. Men Áhazja Jóramsson, Júda kongur, fór at vitja Jóram Ákabsson í Jizreel, av tí at hann lá sjúkur.
Men í Sámáriu vóru sjeyti synir Ákabs. Jehu skrivaði nú brøv til Sámáriu til borgarstjórarnar og teir elstu og til teirra, sum fostraðu kongssynirnar. Í brøvunum stóð: «Tá ið tit fáa hetta brævið, tit, sum hava hjá tykkum synir harra tykkara og ráða yvir vagnum og hestum, víggirdum borgum og hervápnum, tá veljið tykkum tann besta og rættiligasta av sonum harra tykkara, setið hann í hásæti faðirs síns og berjist fyri ætt harra tykkara!» Men teir vóru ræddir og søgdu: «Sí, báðir kongarnir stóðust ikki fyri honum, hvussu skulu vit tá standast?» Drottsetin, borgarstjórin, hinir elstu og fostrarnir sendu tí Jehu hesi boð: «Vit eru trælir tínir, og vit vilja gera alt, sum tú býður okkum. Ongan vilja vit taka til kong; ger tú, sum tær líkar best!» Tá skrivaði hann annað brævið til teirra. Í tí stóð: «Vilja tit fylgja mær í lýdni, tá takið høvdini av sonum harra tykkara og komið til mín um hetta mundið í morgin til Jizreel!» Kongssynirnir vóru sjeyti í tali og vóru til fosturs hjá stórmonnum borgarinnar. Tá ið teir høvdu fingið brævið, tóku teir kongssynirnar og drópu teir allar sjeyti, og teir løgdu høvur teirra í tægur og sendu honum tey til Jizreel. Tá ið ørindrekin kom og boðaði frá, at høvur kongssonanna vóru komin, mælti hann: «Leggið tey í tvær rúgvur úti fyri borgarliðinum til morgins!» Morgunin eftir fór hann út hagar, steig fram og mælti við alt fólkið: «Tit eru sakleysir; tað eri eg, sum havi fingið samansvørjing í lag móti harra mínum og dripið hann. Men hvør hevur dripið allar hesar? Nú síggja tit, at einki av teimum orðum, ið Harrin talaði móti ætt Ákabs, er fallið til jarðar, men Harrin hevur útint tað, ið hann talaði við tænara sínum Elia!» Síðan læt Jehu jarðleggja alt, ið eftir var av ættarfólki Ákabs í Jizreel, allar høvdingar hans, vinir og prestar, ikki ein teirra komst undan. Síðan helt hann ferðini til Sámáriu, og tá ið hann kom til Bet-Eked-Hároim, hitti hann brøður Áhazja, Júda kongs, og hann mælti: «Hvørjir eru tit?» Teir svaraðu: «Vit eru brøður Áhazja og ætla okkum at vitja kongssynirnar og synir kongsmóðurinnar.» Tá mælti hann: «Takið teir á hondum livandi!» Og teir tóku teir á hondum livandi og drópu teir við Bet-Ekeds brunn, fjøruti og tveir mans; eingin teirra komst undan. Tá ið hann nú fór haðan, hitti hann Jónadab Rekabsson, ið kom ímóti honum. Hann heilsaði honum og segði við hann: «Ert tú reinmeintur móti mær, eins og eg eri móti tær?» Jónadab svaraði: «Tað er vist!» Tá mælti Jehu: «Tá rætt mær hond tína!» Hann rætti honum hond sína; og Jehu tók hann upp í vagnin til sín og segði: «Fylg nú við mær, so skalt tú fáa at síggja vandlæti mítt fyri Harranum!» Og hann hevði hann við sær í vagninum. Tá ið hann kom til Sámáriu, læt hann drepa alt, ið eftir var av ættarfólki Ákabs í Sámáriu, so alt avoyddist samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Elia. Síðan stevndi Jehu øllum fólkinum saman og segði við teir: «Ákab dýrkaði Báal lítið, Jehu vil dýrka hann í stórum! Savnið nú higar til mín allar profetar Báals, allar dýrkarar og prestar hansara; eingin má sita heima, tí at eg ætli at halda mikla blótveitslu fyri Báali; hvør tann, ið situr heima, skal láta lív!» Men Jehu gjørdi hetta í brøgdum til tess at kunna avoyða allar dýrkarar Báals. Síðan mælti Jehu: «Boðið hátíðarstevnu fyri Báali!» Teir so gjørdu. Og Jehu læt boð fara um allan Ísrael, og allir dýrkarar Báals komu; eingin sat eftir heima, og teir gingu inn í tempul Báals, til tað var dýrandi fult. Síðan segði hann við mannin, ið varðaði um klædnabúrið: «Tak fram búnar og flýggja hvørjum Báalsdýrkara sín!» Hann so gjørdi. Jehu og Jónadab Rekabsson gingu tá inn í tempul Báals: «Ansið nú væl eftir, at eingin er her tykkara millum, ið dýrkar Harran, men einans dýrkarar Báals!» Síðan gekk hann inn at ofra sláturoffur og brennioffur. Men Jehu hevði sett áttati mans uttan fyri dyrnar og sagt: «Tann, sum letur nakran av teimum monnum, sum eg nú gevi upp í hendur tykkara, komast undan, hann skal bøta aftur fyri lív hansara við egna lívi sínum!» Tá ið hann hevði lokið við brenniofrið, segði hann við lívvarðarmenninar og hetjurnar: «Farið inn og jarðleggið teir; eingin má sleppa út!» Og lívvarðarmenninir og hetjurnar jarðløgdu teir og tveittu teir út á geilar. Síðan gingu teir inn í insta høli í templi Báals og kastaðu Ásjerustólparnar út úr templi Báals og brendu teir. Og teir rivu steinsúlu Báals um koll og brutu síðan niður alt tempul Báals og gjørdu úr tí nátthús, sum tað er enn í dag. Soleiðis oyddi Jehu allar Báalsdýrkarar úr Ísrael. Tó lætti Jehu ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði tølað Ísrael við til at synda: við gullkálvunum í Betel og Dán. Tá mælti Harrin við Jehu: «Fyri at tú hevur greitt væl úr hondum tað, sum rætt var í mínum eygum, og gjørt móti ætt Ákabs alt tað, sum eg ætlaði, tí skulu eftirkomarar tínir í fjórða lið sita í hásætinum í Ísrael!» Men Jehu skettaði ikki eftir at fylgja lóg Harrans, Ísraels Guðs, av heilum huga. Hann lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam hevði fingið Ísrael til at gera. Um tað leitið fór Harrin at sneiða lutir burtur av Ísrael; Házael vann sigur á Ísrael á øllum landamarkum teirra, frá Jórdan og eystureftir alt Gileadland, sum Gáditar, Rubenitar og Manassitar áttu, frá Ároer, sum liggur við ánna Arnon, bæði Gilead og Básjan. Tað, ið meira er at siga um Jehu, um alt, sum hann gjørdi og øll roysnisbrøgd hansara, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Og Jehu legðist til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Sámáriu. Og Jóahaz, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Jehu ríkti í Sámáriu yvir Ísrael í tjúgu og átta ár.
Men tá ið Átalja, móðir Áhazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, fór hon undir at týna alla kongsættina. Men Jósjeba, dóttir Jórams kongs, systir Áhazja, tók Jóas, son Áhazja, og fekk hann loyniliga burtur frá kongssonunum, ið drepast skuldu, og krógvaði hann og fostru hans í svøvnherberginum. Soleiðis fjaldi hon hann fyri Átalju, so at hann ikki varð dripin. Og hon hevði hann hjá sær fjaldan í húsi Harrans í seks ár, meðan Átalja ráddi í landinum. Men á sjeynda ári sendi Jójada boð eftir hundraðhøvdingunum fyri Kárunum og lívvarðarmonnunum og læt teir koma til sín í húsi Harrans; og hann gjørdi sáttmála við teir og læt teir gera eið í húsi Harrans. Síðan sýndi hann teimum kongssonin og legði soleiðis fyri teir: «Hetta skulu tit gera: Tann triðingur tykkara, ið fer út um hvíludagin at halda vakt í kongshøllini, og teir báðir bólkar tykkara, ið halda vakt í kongshøllini, ein triðingur í Sur-liðinum og annar triðingurin aftan fyri lívvarðarmenninar, og sum báðir ganga út um hvíludagin at halda vakt í húsi Harrans – tit skulu allir fylkja tykkum um kongin, allir alvápnaðir, og hvør tann, sum roynir at bróta seg gjøgnum manngarðin, skal verða dripin. Soleiðis skulu tit vera um kongin, bæði tá ið hann fer inn, og tá ið hann fer út. Hundraðhøvdingarnir gjørdu nú alt tað, sum Jójada prestur hevði boðið, og teir tóku hvør sínar menn, bæði teir, sum komu aftur, og teir, sum fóru út at halda vakt á hvíludegnum, og komu til Jójada prests.» Og presturin fekk hundraðhøvdingunum spjótini og skildirnar, sum Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi Harrans. Og alvápnaðir tóku lívvarðarmenninir støðu kring um kongssonin bæði fyri sunnan og fyri norðan templið, frá altarinum og fram móti templinum. Síðan leiddi hann kongssonin út og setti á hann krúnuna og ringarnar, gav honum kongsnavn og salvaði hann. Tá slógu teir lógvar saman og rópaðu: «Kongur livi!» Men tá ið Átalja hoyrdi rómin frá fólkinum, fór hon út til fólkið í húsi Harrans. Har sá hon kongin standa við súluna, eins og siður var, og honum við lið stóðu høvdingarnir og lúðrasveinarnir, og øll mannamúgvan fegnaðist og blásti í lúðrar. Tá skræddi Átalja klæði síni og rópaði: «Svikræði! Svikræði!» Men Jójada prestur beyð hundraðhøvdingunum og herhøvdingunum og segði við teir: «Leiðið hana út um forgarðin og jarðleggið við svørði hvønn tann, ið fer aftan á hana!» Tí at presturin hevði sagt: «Hon má ikki verða dripin í húsi Harrans!» Síðan tóku teir hana á hondum; og tá ið hon var komin um rossaliðið inn í kongshøllina, varð hon dripin har. Tá læt Jójada kongin og fólkið gera sáttmála við Harran um, at teir skuldu vera fólk hansara; somuleiðis fekk hann sáttmála í lag millum kongs og fólksins. Síðan fór øll mannamúgvan at húsi Báals og breyt tað niður; altarini og myndirnar sorlaðu teir sundur og drópu Mattan, prest Báals, frammi fyri altarinum. Presturin setti varðmenn við hús Harrans, og hann tók hundraðhøvdingarnar, Kárarnar, lívvarðarmenninar og alla mannamúgvu landsins, og teir leiddu kongin oman úr húsi Harrans. Og tá ið teir vóru komnir um lívvarðarliðið inn í kongshøllina, settu teir hann í kongshásætið. Tá fegnaðist øll mannamúgva landsins, og stilnaður var aftur í borgini; men Átalju drópu teir við svørði í kongshøllini.
Á sjeynda ríkisári Jehu varð Jóas kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í fjøruti ár. Móðir hansara æt Zibja og var úr Beersjebu. Jóas gjørdi alla ævi sína tað, sum rætt var í eygum Harrans, av tí at Jójada prestur hevði verið lærari hansara. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; fólkið helt áfram at ofra sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Jóas segði við prestarnar: «Alt tað fæ, ið kemur í hús Harrans sum halgigávur, tað fæ, ið álagt verður fyri hvønn mann eftir tí virði, sum hann verður mettur til, og alt tað fæ, ið menn sjálvbodnir lata til hús Harrans, tað skulu prestarnir taka hvør av sínum kunningum; og við tí skulu teir væla um brek á templinum allar staðir, har sum umvælingar tørva!» Men á tjúgunda og triðja ríkisári Jóasar kongs høvdu prestarnir enn ikki bøtt um brekini á templinum. Tá stevndi Jóas kongur Jójada presti og hinum prestunum til sín og segði við teir: «Hví gera tit ikki brekini á templinum aftur? Nú mega tit ikki meira taka fæ av kunningum tykkara, heldur skulu tit lata tað úr hondum til at gera brekini á templinum aftur við!» Prestarnir gingu tá undir tær treytir ikki at taka nakað fæ av fólkinum og so sleppa undan at gera brekini á templinum aftur. Síðan tók Jójada prestur kistu, boraði hol í lokið og setti hana hjá steinsúluni høgrumegin inngongdina í hús Harrans; í hana løgdu prestarnir, sum goymdu at gáttini, alt tað fæ, ið latið varð til hús Harrans. Og tá ið teir sóu, at nógv fæ var í kistuni, komu skrivari kongsins og høvuðspresturin niðan, og teir bundu saman alt tað fæ, sum fanst í húsi Harrans, og taldu tað. Tað fæ, sum vegið var, flýggjaðu teir verkstjórunum, teimum, ið høvdu umsjón við húsi Harrans, og teir fingu tað upp í hendur á træsmiðunum og byggingarmonnunum, ið starvaðu við hús Harrans, og upp í hendur á múrarum og steinhøggarum til at keypa við fyri og høgdar steinar til tess at gera aftur hús Harrans og yvirhøvur til allan kostnað við umvæling tempulsins. Tó vóru hvørki silvurkøskir ella knívar, hvørki offurbollar ella lúðrar, ei heldur nøkur amboð av gulli ella silvuri gjørd í húsi Harrans av tí fæ, ið latið var til hús Harrans. Men tað varð fingið verkstjórunum, at teir við tí skuldu væla um hús Harrans. Eingin roknskapur varð hildin við teir menn, ið fingið høvdu hetta fæ upp í hendur til tess at lata verkstjórarnar fáa tað, tí at teir gjørdu tað upp á æru og trúgv. Men fæ av sektarofrum og syndaofrum var ikki latið til hús Harrans; tað áttu prestarnir. Um tað mundið fór Házael, kongur Áramita, herferð móti borgini Gát og hertók hana. Síðan ætlaði hann at halda á Jerúsalem. Men Jóas, Júda kongur, tók allar tær halgigávur, sum Jósafat, Jóram og Áhazja, forfedrar hansara, Júda kongar, høvdu halgað, og sínar egnu halgigávur og alt gullið, sum var í fæhirðslunum í húsi Harrans og kongshøllini, og flýggjaði Házaeli, kongi Áramita. Tá lætti hann av ferðini móti Jerúsalem. Tað, ið meira er at siga um Jóas og um alt tað, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Men tænarar hansara risu upp og fingu samansvørjing í lag og drópu hann, meðan hann var á veg oman í Millo húsið. Józakar Sjimeatsson og Józabad Sjómersson, tænarar hansara, vóru teir, ið drópu hann, og hann varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Ámazja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Á tjúgunda og triðja ríkisári Jóasar Áhazjasonar, Júda kongs, varð Jóahaz, sonur Jehu, kongur í Sámáriu yvir Ísrael; og hann sat sum kongur í seytjan ár. Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans og helt áfram í teim syndum, sum Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Av teimum lætti hann ikki. Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael, og hann gav teir allar dagar upp í hendur Házaels, kongs Áramita, og upp í hendur Benhádads Házaelssonar. Tá royndi Jóahaz at blíðka Harran, og Harrin bønhoyrdi hann, av tí at hann sá tær trongdir, ið kongur Áramita elvdi Ísrael. Harrin sendi tá Ísrael hjálparmann, ið bjargaði teimum undan valdi Áramita, so at teir aftur fingu búð í tjøldum sínum. Tó lættu teir ikki av teimum syndum, ið Jeróboam hevði fingið Ísrael til at gera, men teir hildu áfram í teimum; og Ásjerustólpan í Sámáriu lótu teir standa. At endanum hevði Jóahaz ikki meira herfólk eftir enn fimmti reiðmenn, tíggju hervagnar og tíggju túsund mans av gonguherfólki, tí at kongur Áramita hevði avoytt tað eins og dustið á treskivølli. Tað, ið meira er at siga um Jóahaz, um alt, sum hann gjørdi, og roysnisverk hansara, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Síðan legðist Jóahaz til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu. Og Jóas, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Á tríatiunda og sjeynda ríkisári Jóasar, Júda kongs, varð Jóas Jóahazson kongur yvir Ísrael, og hann sat sum kongur í Sámáriu í sekstan ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og lætti ikki av øllum teim syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera; í teimum helt hann áfram. Men tað, ið meira er at siga um Jóas, um tað, sum hann gjørdi, og tey roysnisverk, sum hann útinti á herferðum sínum móti Ámazja, Júda kongi, tað stendur jú ritað í árbókum Ísraels konga. Og Jóas legðist til hvíldar hjá fedrum sínum, og Jeróboam settist í hásæti hans. Jóas varð jarðaður í Sámáriu hjá Ísraels kongum. Tá ið Elisa fekk ta sóttina, ið var honum at bana, kom Jóas, Ísraels kongur, til hansara og græt uppi yvir honum og segði: «Faðir mín! Faðir mín! Tú Ísraels vagnar og reiðmenn!» Men Elisa segði við hann: «Kom við boga og ørvum!» Og hann flýggjaði honum boga og ørvar. Tá mælti hann við Ísraels kong: «Legg hond tína á bogan!» Og tá ið hann hevði lagt hond sína á bogan, legði Elisa hendur sínar oman á hendur kongs og mælti: «Lat upp gluggan móti eystri!» Hann so gjørdi. Tá mælti Elisa: «Skjót!» Og hann skeyt. Uppaftur mælti hann: «Sigursørv frá Harranum! Sigursørv yvir Áramitar! Tú skalt vinna sigur á Áramitum í Áfek, til teir eru avoyddir!» Síðan mælti hann: «Tak ørvarnar!» Og hann tók tær. Tá segði hann við Ísraels kong: «Slá á jørðina!» Og hann sló tríggjar ferðir og lætti síðan av. Tá reiddist Guðsmaðurin á hann og mælti: «Tú átti at sligið fimm ella seks ferðir, so hevði tú eina ferð med alla vunnið sigur á Áramitum; men nú skalt tú einans tríggjar ferðir vinna sigur á teimum!» So doyði Elisa og varð jarðaður. Men á hvørjum ári brutust móabitiskir ránsflokkar inn í landið. Tá bar so á, at nakrir Ísraelitar fingust við at jarða mann; og tá ið teir bóru eyga við ránsflokk, tveittu teir mannin í grøvina hjá Elisa og rýmdu; men tá ið maðurin nart við beinini á Elisa, livnaði hann upp og fór á føtur. Házael, kongur Áramita, trongdi at Ísrael, so leingi sum Jóahaz livdi. Men Harrin var várkunnsamur og eymkaði teir vegna sáttmála sín við Ábraham, Ísak og Jákup; hann vildi ikki avoyða teir; og hann hevði enn ikki koyrt teir burtur frá ásjón síni. Men tá ið Házael, kongur Áramita, var deyður, og Benhádad, sonur hansara, hevði tikið ríki eftir hann, tá tók Jóas Jóahazson tær borgir aftur frá Benhádadi Házaelssyni, sum Házael í bardaga hevði tikið frá Jóahazi, faðir hansara. Tríggjar ferðir vann Jóas sigur á honum og fekk borgir Ísraels aftur.
Á øðrum ríkisári Jóasar Jóahazsonar, Ísraels kongs, varð Ámazja Jóasson kongur í Júda. Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Jehóaddan og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, ið rætt var í eygum Harrans, tó ikki eins og Dávid, forfaðir hansara. Í øllum gjørdi hann eins og Jóas, faðir hansara. Men offurheyggjarnir vórðu ikki avtiknir; enn ofraði fólkið sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Men tá ið hann hevði fingið fastatøkur á kongsdøminum, tók hann allar menn sínar av lívi, sum høvdu dripið kongin, faðir hans. Men børn drápsmannanna læt hann ikki taka av lívi samsvarandi tí, sum ritað er í Móse lógbók, har ið Harrin býður soleiðis: «Fedrar skulu ikki láta lív fyri tað, sum børnini hava brotið, og børn skulu ikki láta lív fyri tað, sum fedrarnir hava brotið; men hvør skal láta lív fyri sína egnu synd.» Tað var hann, ið vá Edóm í Saltdalinum, tíggju túsund mans, og hertók Sela, og hann nevndi hana Jokteel, sum hon eitur enn í dag. Um tað mundið sendi Ámazja ørindrekar á fund við Jóas Jóahazson, Jehusonar, Ísraels kong, við hesum boðum: «Kom, latum okkum royna okkum!» Men Jóas, Ísraels kongur, sendi Ámazja, Júda kongi, hetta svar: «Tistilin á Libanon sendi sedristrænum á Libanon hesi boð: Lat son mín fáa dóttur tína til konu! Men villdjórini á Libanon komu har framvið og traðkaðu tistilin niður. Tú hevur vunnið miklan sigur á Edóm og ert vorðin stórlátin. Njót nú sømdir tínar og sit heima! Hví vilt tú bjóða ógævuni av, bæði tær og Júda til fals!» Men Ámazja vildi ikki lurta eftir honum; í tí skili legði Jóas, Ísraels kongur, út, og hann og Ámazja, Júda kongur, brustu saman í Bet-Sjemesj, sum er í Júda. Men Júda mátti lúta fyri Ísrael, og teir flýddu heim aftur hvør til sín sjálvs. Jóas, Ísraels kongur, tók Ámazja, Júda kong, son Jóasar Áhazjasonar, á hondum í Bet-Sjemesj og hevði hann við sær til Jerúsalem. Síðan breyt hann niður fýra hundrað alnir av Jerúsalem borgargarði frá Efraims liði og alt at hornaliðinum. Og hann tók alt gull og silvur og øll ílát, sum funnust í húsi Harrans og í fæhirðslu kongshallarinnar. Umframt tað tók hann eisini gíslar og snúðist síðan aftur í Sámáriu. Tað, ið meira er at siga um Jóas og tað, ið hann útinti, um roysnisbrøgd hansara, og hvussu hann stríddist móti Ámazja, Júda kongi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Síðan legðist Jóas til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu hjá Ísraels kongum. Og Jeróboam, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Ámazja Jóasson, Júda kongur, livdi fimtan ár, eftir at Jóas Jóahazson, Ísraels kongur, var deyður. Tað, ið meira er at siga um Ámazja, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. At endanum íbirtu Jerúsalem borgarar samansvørjing ímóti honum. Hann flýddi tá til Lákisj; men teir hildu aftan á hann til Lákisj og drópu hann har. So fluttu teir hann á hestbaki haðan, og hann varð jarðaður í Jerúsalem hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Allir Júdamenn tóku tá Ázarja, ið tá var sekstan ára gamal, og lótu hann taka ríkið eftir Ámazja, faðir sín. Tað var hann, ið víggirdi Elat og vann hana aftur undir Júda, eftir tað at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum. Á fimtanda ríkisári Ámazja Jóassonar, Júda kongs, varð Jeróboam, sonur Jóasar, Ísraels kongs, kongur, og hann ríkti í Sámáriu í fjøruti og eitt ár. Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og veik ikki frá øllum teim syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Hann vann aftur alt Ísraels landaøki, haðan leiðin liggur til Hámat og alt at Árabavatninum, samsvarandi tí orði, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði talað við tænara sínum Jónasi profeti, syni Ámittai úr Gát-Hefer. Tí at Harrin hevði sæð Ísraels sváru eymd, at bæði fjøtraður og frælsur var avoyddur og eingin hjálpari í Ísrael. Men Harrin hevði ikki sagt, at hann ætlaði at strika út navn Ísraels undir himni, tí bjargaði hann teimum við Jeróboami Jóassyni. Tað, ið meira er at siga um Jeróboam og alt tað, sum hann útinti, um roysnisbrøgd hansara á herferðum, og um hvussu hann vann aftur Dámaskus og Hámat undir Ísrael, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Og Jeróboam legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu hjá Ísraels kongum. Og Zekarja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Á tjúgunda og sjeynda ríkisári Jeróboams, Ísraels kongs, varð Ázarja, sonur Ámazja, kongur í Júda. Hann var sekstan ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í fimmti og tvey ár. Móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, í øllum gjørdi hann eins og Ámazja, faðir hans. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; enn ofraði fólkið sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Men Harrin sló kongin, so at hann varð líktráur alt til deyðadags. Hann sat nú kvirrur einsæris, meðan Jótam kongssonur ráddi fyri borgum og dømdi fólkið í landinum. Tað, ið meira er at siga um Ázarja og um alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Síðan legðist Ázarja til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Jótam, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Á tríatiunda og áttanda ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Zekarja Jeróboamsson kongur yvir Ísrael, og hann ríkti í Sámáriu í seks mánaðir. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, eins og fedrar hans; hann lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Men Sjallum Jábesjson birti í samansvørjing móti honum og vá hann við Jibleam, drap hann og tók ríkið eftir hann. Tað, ið meira er at siga um Zekarja, er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Soleiðis sannaðust tey orð, ið Harrin hevði talað til Jehu: «Eftirkomarar tínir skulu í fjórða ættarlið sita í hásæti Ísraels.» Og so varð. Á tríatiunda og níggjunda ríkisári Uzzia, Júda kongs, varð Sjallum Jábesjson kongur. Og hann sat sum kongur í Sámáriu okkurt um ein mánað. Tá legði Menáhem Gádison út av Tirza og kom til Sámáriu; har vá hann Sjallum Jábesjson, drap hann og tók ríkið eftir hann. Tað, ið meira er at siga um Sjallum og ta samansvørjing, sum hann birti í, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Tá oyddi Menáhem Tappua og alt, sum har var innanfyri, og alt tað landøkið alt frá Tirza; av tí at teir ikki høvdu latið liðini upp fyri honum, oyddi hann borgina, og allar burðarbúnar konur har kruvdi hann. Á tríatiunda og níggjunda ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Menáhem Gádison kongur yvir Ísrael. Og hann sat sum kongur í Sámáriu í tíggju ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans; hann lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Á hansara døgum ráddist Pul, Assurs kongur, á landið; tá gav Menáhem Puli eitt túsund talentir í silvuri til tess at fáa hann at hjálpa sær við at tryggja kongsvald sítt. Menáhem álegði Ísrael at greiða Puli hetta fæ á tann hátt, at ríkmenninir guldu fimmti siklar í silvuri hvør. Tá snúðist Assurs kongur heim aftur og dvaldi ikki longur í landinum. Tað, ið meira er at siga um Menáhem og alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Síðan legðist Menáhem til hvíldar hjá fedrum sínum, og Pekaja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. Á fimmtiunda ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Pekaja Menáhemsson kongur yvir Ísrael; og hann ríkti í Sámáriu í tvey ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Men Peka Remaljason, hirðmaður hansara, íbirti saman við fimmti Gileadmonnum samansvørjing ímóti honum og vá hann í Sámáriu í kongshøllini. Og tá ið hann hevði dripið hann, tók hann ríkið eftir hann. Tað, ið meira er at siga frá Pekaja og øllum tí, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Á fimmtiunda og øðrum ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Peka Remaljason kongur yvir Ísrael; hann ríkti í Sámáriu í tjúgu ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. Á døgum Peka, Ísraels kongs, kom Tiglat-Pilesar, Assurs kongur, og tók Ijjon og Ábel-Bet-Máaka og Jánóa og Kedesj og Házor og Gilead og Galileu, alt Naftaliland, og herleiddi fólkið til Assurs. Tá íbirti Hósea Elason samansvørjing móti Peka Remaljasyni, og á tjúgunda ríkisári Jótams Uzziasonar vá hann hann, drap hann og tók ríkið eftir hann. Tað, ið meira er at siga frá Peka og øllum tí, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. Á øðrum ríkisári Peka Remaljasonar, Ísraels kongs, varð Jótam, sonur Ázarja, kongur yvir Júda. Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár. Móðir hansara æt Jerúsja Zádoksdóttir. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og gjørdi í øllum eins og Ázarja, faðir hans. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; fólkið ofraði enn sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Tað var hann, ið gjørdi Ovaralið á húsi Harrans. Tað, ið meira er at siga frá Jótami og øllum tí, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Um tað mundið byrjaði Harrin at beita Rezin, kong Áramita, og Peka Remaljason eftir Júda. Síðan legðist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í borg Dávids, forfaðirs síns. Og Ákaz, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Á seytjanda ríkisári Peka Remaljasonar varð Ákaz Jótamsson kongur yvir Júda. Ákaz var tjúgu ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum Harrans, Guðs síns, eins og Dávid, forfaðir hans, men steig í fótaspor Ísraels konga, ja, eisini son sín læt hann ganga gjøgnum eldin eftir andstyggiligu siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur frá Ísraelsmonnum. Hann ofraði sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum og hólunum og undir hvørjum grønum træi. Tá fóru teir Rezin, kongur Áramita, og Peka Remaljason, Ísraels kongur, niðan í hernað móti Jerúsalem, kringsettu Ákaz, men vunnu ikki á honum. Ta ferðina vann Edóms kongur Elat aftur undir Edóm; og tá ið hann hevði rikið Júdamenn burtur úr Elat, komu Edómitar og búsettust í Elat; og har búgva teir enn í dag. Ákaz sendi ørindrekar á fund við Tiglat-Pilesar, Assurs kong, og læt siga: «Eg eri trælur tín og sonur tín! Kom og frels meg undan valdi Árams kongs og Ísraels kongs, ið hava ráðst á meg!» Ákaz tók tá eisini gullið og silvurið, sum var í húsi Harrans og í fæhirðslum kongshallarinnar, og sendi Assurs kongi tað sum gávu. Assurs kongur eftirlíkaði honum; hann fór herferð móti Dámaskus, hertók borgina og flutti íbúgvarnar til Kir, og Rezin læt hann drepa. Ákaz kongur fór nú til Dámaskus á fund við Tiglat-Pilesar, Assurs kong, og tá ið Ákaz kongur sá altarið í Dámaskus, sendi hann Uria presti mát og mynd av tí, sum líktust út í odd og egg. Uria prestur bygdi altarið, í øllum lutum samsvarandi teirri mynd, sum Ákaz kongur hevði sent úr Dámaskus, bygdi Uria prestur altarið, áður enn Ákaz kongur var afturkomin úr Dámaskus. Tá ið kongur kom aftur úr Dámaskus og sá altarið, gekk hann at tí og fór upp á tað. Og hann ofraði brennioffur sítt og grónoffur og droypti droypioffur sítt og sletti blóðið av takkarofrum sínum upp á altarið. Men koparaltarið, sum stóð frammi fyri ásjón Harrans fyri framman templið millum tempuls og nýggja altarsins, tað tók hann burtur og setti tað norðanvert við nýggja altarið. Síðan beyð Ákaz kongur Uria presti: «Á tí stóra altarinum skalt tú ofra morgunbrennioffur og kvøldargrónoffur, brennioffur kongsins og grónoffur hans, brennioffur fyri almúgu landsins og grónoffur og droypioffur hennara, og alt blóð av brenniofrum og alt blóð av sláturofrum skalt tú sletta á tað. Men hvat ið gerast skal við koparaltarið, vil eg hugsa um.» Og Uria prestur gjørdi alt, sum Ákaz kongur hevði boðið. Ákaz kongur breyt eisini borðini av kervagnunum og tók kerini burtur av teimum; hann læt havið taka niður av koparoksunum, ið undir tí stóðu, og setti tað á steinpallin. Ta taktu hvíludagsgongdina inni í templinum og somuleiðis ytru kongsdyr tók hann burtur úr templinum vegna Assurs kongs. Tað, ið meira er at siga frá Ákazi og øllum tí, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Hizkia, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Á tólvta ríkisári Ákazar, Júda kongs, varð Hósea Elason kongur yvir Ísrael, og hann ríkti í Sámáriu í níggju ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, tó ikki eins og teir Ísraels kongar, ið undan honum høvdu verið. Móti honum fór Salmanassar, Assýriu kongur, herferð, og Hósea gav seg undir hann og galt honum skatt. Men tá ið Assýriu kongur varð varur við, at Hósea hugsaði um svikræði, við tað at hann sendi ørindrekar á fund við So, Egyptalands kong, og ikki galt Assýriu kongi hin árliga skattin, tá læt Assýriu kongur hann taka á hondum og rindaði hann í myrkustovu. Síðan herjaði Assýriu kongur um alt landið og fór móti Sámáriu og kringsetti hana í trý ár. Men á níggjunda ríkisári Hósea hertók Assýriu kongur Sámáriu og herleiddi Ísrael til Assurs; og hann fekk teimum bústað í Hála og við Hábor, Gózans á, og í borgum Medialands. Men hetta bar á, av tí at Ísraelsmenn høvdu syndað móti Harranum, Guði sínum, ið hevði leitt teir út úr Egyptalandi undan valdi Fáraos, Egyptalands kongs, og dýrkað aðrar gudar. Teir fóru eftir siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur fyri teimum, og eftir siðum teirra konga, ið teir sjálvir høvdu skipað sær. Eisini funnu Ísraelsmenn upp á tað, ið rangt var fyri Harranum, Guði teirra, og bygdu sær offurheyggjar í øllum borgum teirra, bæði varðtorn og víggirdar borgir. Teir settu upp steinsúlur og Ásjerustólpar á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træi og birtu har offurbál á øllum heyggjum, eins og tær tjóðir gjørdu, ið Harrin hevði rikið burtur fyri teimum; og teir høvdust at tí, sum ilt var, til tess at reita Harran. Teir dýrkaðu andstyggiligar gudar, tó at Harrin hevði sagt við teir: «Tílíkt skulu tit ikki gera!» Og Harrin hevði givið bæði Ísrael og Júda ávaring við øllum profetum sínum og síggjarum og sagt: «Farið burtur av tykkara vándu vegum og varðveitið boðorð míni og fyriskipanir í øllum greinum samsvarandi lógini, sum eg legði fyri fedrar tykkara, og sum eg havi kunngjørt tykkum við tænarum mínum, profetunum. Men teir lurtaðu ikki eftir, heldur gjørdust teir harðrendir eins og fedrar teirra, ið ikki troystaðu á Harran, Guð sín. Teir vanmettu fyriskipanir hansara og tann sáttmála, ið hann hevði gjørt við fedrar teirra, og vitnisburðir hansara, sum hann hevði lagt teimum eina við; teir eltu fánýtar gudar og vórðu fánýtir og fylgdu í fáfongd fyridømum teirra tjóða, ið kring um teir búðu, tó at Harrin hevði lagt teimum ríkan við ikki at gera eins og tær. Teir havnaðu øllum boðorðum Harrans, Guðs síns, og gjørdu sær stoyptar gudamyndir, tveir kálvar, og settu upp Ásjerustólpar og fullu øllum heri himinsins til kníggja og dýrkaðu Báal; ja, teir lótu eisini synir sínar og døtur ganga gjøgnum eldin og fingust við gand og fjølkunnu og seldu seg til at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans, til tess at reita hann. Tessvegna tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael; og hann rak teir burtur frá ásjón síni, so at einki var eftir av teimum uttan Júda ætt. Men heldur ikki Júdamenn hildu boð Harrans, Guðs síns; teir fylgdu teimum siðum Ísraelsmanna, sum teir sjálvir høvdu skipað. Tessvegna segði Harrin burtur alt Ísraels kyn og eyðmýkti teir og gav teir upp í hendur ránsmanna til tess at reka teir burtur frá ásjón síni. Tí at tá ið Ísrael hevði slitið seg frá húsi Dávids, og teir høvdu tikið sær Jeróboam Nebatsson til kong, tá fekk Jeróboam Ísraelsmenn til at siga burtur Harran og gera mikla synd. Og Ísraelsmenn hildu áfram í øllum syndum Jeróboams og lættu ikki av teimum, hagar til Harrin rak Ísrael burtur frá ásjón síni, so sum hann hevði hótt við tænarum sínum, profetunum. Soleiðis varð Ísrael herleiddur burtur úr landi sínum til Assýriu, og er hann har enn í dag. Men Assýriu kongur flutti inn búreisingar úr Bábel og Kúta, úr Avva og Hámat og Sefarváim og læt teir reisa búgv í borgum Sámáriulands í stað Ísraelsmanna, og teir ognaðu sær landið og búsettust í borgum tess. Men tað hendi, tá ið teir høvdu búð har stutta stund og ikki óttaðust Harran, at Harrin beitti ljón eftir teimum, ið elvdu miklan mannskaða. Tá sendu teir Assýriu kongi hesi boð: «Tær tjóðir, sum tú flutti burtur og lætst búsetast í Sámáriulands borgum, vita ikki, hvussu gudurin í hesum landi eigur at vera dýrkaður; tí hevur hann beitt ljón eftir teimum, og tey elva nú miklan mannskaða, av tí at menn ikki vita, hvussu gudur landsins eigur at vera dýrkaður. Assýriu kongur skipaði tá soleiðis fyri: «Flytið aftur hagar ein av prestunum, sum eg herleiddi haðan, og latið hann koma og búsetast har og kenna teimum, hvussu gudur landsins eigur at vera dýrkaður!» Tá kom ein av prestunum teimum, ið burtur høvdu verið riknir úr Sámáriulandi, og búsettist í Betel og kendi teimum, hvussu teir skuldu óttast Harran. Allar hesar tjóðir gjørdu sær hvør sín gud, sum tær settu upp í hovunum á heyggjum teimum, ið Sámáriubúgvar høvdu gjørt, hvør tjóðflokkur fyri seg í sínum borgum, har teir búðu. Bábelmenn gjørdu sær Sukkot-Benot, menninir úr Kúta gjørdu sær Nergal og menninir úr Hámat Ásjima. Avvijitar gjørdu sær Nibhaz og Tartak, men Sefarvitar brendu børn síni til handa Ádrammeleki og Ánammeleki, gudum Sefarváims. Teir óttaðust eisini Harran og skipaðu tí av teirra egnu monnum prestar á offurheyggjunum; hesir ofraðu fyri teir í hovunum á offurheyggjunum. Soleiðis óttaðust teir Harran og dýrkaðu samstundis sínar egnu gudar eftir siðum teirra tjóða, sum teir vóru fluttir burtur frá. Enn í dag fylgja teir fornum siði. Teir óttast ikki Harran og ganga ikki eftir teimum fyriskipanum og lógmáli og eftir teirri lóg og teimum boðorðum, ið Harrin hevði fyriskipað sonum Jákups, sum hann gav navnið Ísrael. Tó hevði Harrin gjørt sáttmála við teir og lagt hesar treytir við: «Óttist ikki aðrar gudar, tilbiðið teir ikki og tænið teimum ikki, ofrið teimum heldur ikki sláturoffur, men Harran, ið leiddi tykkum úr Egyptalandi við miklum mátti og útrættum armi, hann skulu tit óttast og tilbiðja, og til hansara skulu tit ofra. Men tær fyriskipanir og lógmál og ta lóg og tey boðorð, ið Harrin hevur ritað tykkum til handa, tey skulu tit varðveita í øllum greinum allar dagar og ikki óttast aðrar gudar. Og sáttmálan, ið hann hevur gjørt við tykkum, skulu tit ikki gloyma, og ikki skulu tit óttast aðrar gudar; men Harran, Guð tykkara, skulu tit óttast; tá man hann bjarga tykkum undan valdi alra fígginda tykkara!» Men teir vildu ikki hoyra og fylgdu alsamt fornum siðum. Soleiðis óttaðust hesar tjóðir Harran, men dýrkaðu samstundis gudamyndir sínar. Børn og barnabørn teirra gera enn í dag tað sama, sum fedrarnir gjørdu.
Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg við sekki og gekk inn í hús Harrans. Og hann sendi teir Eljakim drottseta og Sjebna skrivara og teir elstu av prestunum huldar við sekki á fund við Jesaja profet Ámozson til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við trongdum, revsing og vanæru, tí at barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er til at føða! Kanska Harrin, Guð tín, hoyrir alt, sum Rabsjake sigur, ið sendur er av Assýriu kongi, harra sínum, til at spotta hin livandi Guð; og kanska hann revsar hann fyri tey orð, ið Harrin, Guð tín, hevur hoyrt. Gakk tí í forbøn fyri ta leivdina, sum enn er eftir!» Men tá ið tænarar Hizkia kongs komu til Jesaja, segði hann við teir: «Sigið við harra tykkara: So sigur Harrin: Óttast ikki tey hádingsorð, ið tú hoyrir sveinar Assýriu kongs háða meg við, tí at eg vil broyta ætlan hans, og hann skal spyrja tíðindi og fara heim aftur í land sítt; og har vil eg lata hann falla fyri svørði í sínum egna landi!» Síðan snúðist Rabsjake við aftur og hitti Assýriu kong, sum tá kringsetti Libna; tí at hann hevði frætt, at hann var farin úr Lákisj. Har fekk hann fregn um, at Tirhaka, kongur á Blálondum, var farin at herja á hann; tá sendi hann aftur ørindrekar til Hizkia og segði við teir: «Soleiðis skulu tit siga við Hizkia, Júda kong: Lat ikki Guð tín, sum tú troystar á, tøla teg til at hugsa: Jerúsalem verður ikki givin upp í hendur Assýriu kongs! Tú hevur jú hoyrt, hvussu Assýriu kongar hava farið við øllum londum, hvussu teir hava avoytt tey. Og skuldi tú tá sloppið undan? Vórðu tær tjóðir, ið forfedrar mínir týndu, Gózan, Káran og Rezef og Edensmenn í Telassar, bjargaðar av gudum sínum? Hvar er nú kongurin av Hámat og kongurin av Arpad ella kongurin av Sefarváim, Hena og Ivva?» Tá ið Hizkia hevði tikið við brævinum av ørindrekunum og lisið tað, gekk hann niðan í hús Harrans og legði tað opið fram fyri ásjón Harrans. Tá bað Hizkia hesa bøn frammi fyri Harranum og segði: «Harri, Ísraels Guð, ið situr uppi yvir kerúbum, tú eina ert Guð yvir øllum kongaríkjum á fold; tú hevur skapað himin og jørð. Legg nú, Harri, oyra títt við og hoyr; lat upp, Harri, eygu tíni og síggj! Hoyr orð Sankeribs, ið hann hevur sent higar til tess at háða hin livandi Guð. Satt er tað, Harri, at Assýriu kongar hava avoytt allar tjóðir og lond teirra og kastað gudar teirra í eldin; men teir eru jú ikki gudar, teir eru verk av manna hondum, stokkar og steinar, tí kundu teir týna teir. Men frels okkum nú, Harri, Guð vár, av hendi hans, til tess at øll kongaríki á fold mega sanna, at tú, Harri, eina ert Guð!» Tá sendi Jesaja Ámozson hesi boð til Hizkia: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tú hevur biðið meg um hjálp móti Sankerib, Assýriu kongi, og eg havi bønhoyrt teg! Hetta er tað orðið, ið Harrin hevur talað ímóti honum: Moyggin, Zions dóttir, háðar og spottar teg, dóttir Jorsalborgar ristir høvur eftir tær. Hvønn hevur tú háðað og vanvirt? Móti hvørjum hevur tú mælt og hevjað hátt tíni eygu? Móti hinum heilaga í Ísrael! Við ørindrekum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: Við fjøld av hervagnum mínum fór eg niðan á hæddir fjallanna, dygst niðan á Libanons fjall; tess háttvaksnu sedristrø høgdi eg niður og tess frálíku sypristrø. Eg tokaði niðan á ytsta herbergi tess, har sum aldinskógurin var tættastur. Eg gróv út fremmant vatn og drakk tað; turrskøddur fór eg um allar áir Egyptalands! Hevur tú ikki frætt tað? Longu í forðum fekk eg tað í lag; í fyrndartíð skipaði eg tað. Og nú læt eg tað koma fram, so at tú mátti sorla víggirdar borgir og gera tær at oydnum grótrúgvum. Men íbúgvar teirra sótu máttleysir, ræddir og skemdir, vórðu eins og grasið á bønum og grønkandi nálir, eins og gras á tekju og vøllur í eystanvindi. Eg síggi teg standa og sita, fara og koma; stórlæti títt er mær kunnugt; men vegna stórlætis tíns móti mær og yvirhuga, ið mær er komin fyri oyra, vil eg krøkja ring mín í nasar tínar og leggja boksl mítt í munn tín og føra teg aftur sama veg, sum tú komst! Og hetta skal vera tær tekinið: Í ár skulu tit eta tað, ið grør upp av sjálvsáaðum korni, næsta ár tað, sum grør upp av tí, ið sjálvsáað var; men triðja árið skulu tit sáa og heysta, leggja inn víngarðar og njóta ávøkst teirra. Og tað, ið undan hevur komist av Júda ætt, skal festa røtur í neðra og bera ávøkst í erva. Tí at frá Jorsalborg skal ganga út leivd og tey, ið undan komast frá Zions fjalli. Vandlæti Harrans man útinna hetta. Tí sigur Harrin soleiðis um Assýriu kongin: Ikki skal hann koma inn í hesa borg, og onga ørvina skal hann skjóta inn hagar, ongan herskjøldur bera at henni og ongan virkisgarð laða upp móti henni! Hann skal fara avstað aftur sama veg, sum hann kom, inn í hesa borg skal hann ikki koma, sigur Harrin. Eg vil verja hesa borg og frelsa hana vegna mín og vegna Dávids, tænara míns!» Somu nátt fór eingil Harrans út og jarðlegði í herbúðum Assýriu kongs eitt hundrað og áttati og fimm túsund mans. Og sí, morgunin eftir snimma, tá lógu teir allir lík. Tá fór Sankerib, Assýriu kongur, avstað og helt ferð síni heim aftur og sat síðan kvirrur í Ninive. Men einaferð, meðan hann hevði bønarhald í hovi Nisroks, guds síns, komu Ádrammelek og Sárezer og vógu hann við svørði; síðan flýddu teir til Árarats land. Og Ásarhaddon, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur; tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: «Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú skalt doyggja og ikki liva longur!» Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harran: «Á, Harri, minst tó til, hvussu eg havi gingið fyri ásjón tíni í trúfesti og av heilum huga og gjørt tað, ið gott er í tínum eygum!» Men áður enn Jesaja var komin út um miðforgarðin, kom orð Harrans til hansara soljóðandi: «Snúgv aftur og sig við Hizkia, høvdinga yvir fólki mínum: So sigur Harrin, Guð Dávids, forfaðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína og sæð tár tíni! Sí, eg man grøða teg; í ovurmorgin manst tú fara niðan í hús Harrans. Og eg vil leggja fimtan ár aftur at lívi tínum og frelsa teg og hesa borg undan valdi Assýriu kongs, og man eg verja hesa borg vegna mín og vegna Dávids, tænara míns!» Tá segði Jesaja: «Komið við fikudeiggi!» Teir so gjørdu og løgdu tað á kýlið; tá batnaði hann. Men Hizkia segði við Jesaja: «Hvat tekin skal eg fáa fyri, at Harrin grøðir meg, og at eg í ovurmorgin aftur má ganga niðan í hús Harrans?» Jesaja svaraði: «Hetta skal vera tær tekinið frá Harranum, at hann man útinna tað, sum hann hevur heitt: Skal skuggin fara tíggju stig fram, ella skal hann fara tíggju stig aftur?» Hizkia svaraði: «Lítið er tað fyri hjá skugganum at fara tíggju stig fram – nei, tíggju stig aftur skal skuggin fara!» Tá rópaði Jesaja profetur til Harrans, og hann læt skuggan á sóluri Ákazar fara tíggju stig aftur. Um tað mundið sendi Merodak-Báladan Báladansson, kongur í Bábel, bræv og gávu til Hizkia; tí at hann hevði frætt, at Hizkia var sjúkur. Og Hizkia fagnaði komu teirra og sýndi teimum alla fæhirðslu sína, silvurið og gullið, roykilsisurtirnar og ta fínu oljuna, vápnabúr sítt og alt, sum fanst í fægoymslum hans. Eingin lutur var í húsi Hizkia og í øllum kongaríki hans, sum hann ikki sýndi teimum. Tá kom Jesaja profetur til Hizkia kongs og segði við hann: «Hvat søgdu hesir menn, og hvaðan komu teir til tín?» Hizkia svaraði: «Úr fjarlagdum landi komu teir, úr Bábel!» Tá spurdi hann: «Hvat fingu teir at síggja?» Hizkia svaraði: «Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð, eingin lutur er í fæhirðslum mínum, sum eg ikki havi sýnt teimum!» Tá mælti Jesaja við Hizkia: «Hoyr orð Harrans! Sí, teir dagar koma, tá ið alt tað, sum í húsi tínum er, og sum fedrar tínir hava drigið saman alt fram at hesum degi, verður flutt til Bábel; einki skal vera eftir, sigur Harrin. Og nakrir av sonum tínum, ið koma av tær, og sum tú hevur gitið, skulu tiknir verða og gjørdir til hirðmenn í kongshøllini í Bábel!» Men Hizkia segði við Jesaja: «Gott man orðið frá Harranum vera, sum tú hevur talað!» Tí at hann hugsaði: «So verður tá friður og trygd, so leingi sum eg livi!» Tað, ið meira er at siga um Hizkia og øll roysnisverk hansara, hvussu hann gjørdi tjørnina og vatnstokkin og leiddi vatnið inn í borgina, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Og Hizkia legðist til hvíldar hjá fedrum sínum. Og Manasse, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.