text
stringlengths
1
888k
Harrin talaði framvegis til Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn: Um einhvør av Ísraelsmonnum ella av útisetunum, sum búgva í Ísrael, gevur Moloki avkom sítt, skal hann vissuliga láta lív; fólkið í landinum skal grýta hann til bana. Eg snúgvi andliti mínum móti tí manni og oyði hann úr tjóð síni, fyri at hann gav Moloki avkom sítt og gjørdi halgidóm mín óreinan og vanhalgaði heilaga navn mítt. Men um fólkið í landinum tekur útyvir við tílíkum manni, tá ið hann gevur Moloki avkom sítt, og ikki tekur hann av lívi, tá man eg sjálvur snúgva andliti mínum móti honum og ætt hansara, og hann og allar, sum í horfikni saman við honum fylgja Moloki, skal eg oyða úr tjóð teirra. Hvør, ið víkur á dreygar og spásagnarandar og horfikin fylgir teimum, móti honum snúgvi eg andliti mínum og oyði hann úr tjóð síni. Halgið tykkum og verðið heilagir, tí at eg eri Harrin, Guð tykkara! Og varðveitið fyriskipanir mínar og haldið tær. Eg eri Harrin, sum halgar tykkum! Tí at hvør, ið biður ilt yvir faðir sín og móður sína, skal týna lívið; hann hevur biðið ilt yvir faðir sín og móður sína; blóðsekt hvílir á honum. Maður, sum drívur hor við konu hjá øðrum manni, drívur hor við konu næsta síns, skal týna lívið, bæði horkallurin og horkonan. Og hevur maður samlegu við konu faðirs síns, tá hevur hann nektað blygd faðirs síns; tey skulu bæði týna lívið; blóksekt hvílir á teimum. Hevur maður samlegu við sonarkonu sína, tá skulu tey bæði láta lív; skemdarverk hava tey gjørt; blóðsekt hvílir á teimum. Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. Tekur maður sær bæði dóttur og móður hennara til konu, tá er tað leysalevnað; hann skal verða brendur á báli saman við báðum teimum; tílíkt leysalevnað má ikki finnast tykkara millum. Um maður hevur samlegu við djór, tá skal hann láta lív; og djórið skulu tit drepa. Um kona gongur fyri djór til paringar, tá skalt tú drepa bæði hana og djórið; tey skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. Tekur maður systur sína til konu, hvørt hon er dóttir faðirs hans ella móður hans, og hann sær nakni hennara, ella hon sær nakni hans, tá er tað leysalevnað; tey skulu verða oydd fyri eygunum á tjóðfeløgum sínum; hann hevur nektað blygd systur sínar og er vorðin sekur. Hevur maður samlegu við mánasjúka konu og nektar blygd hennara – avhylur keldu hennara – og hon nektar keldu blóðs síns, tá skulu tey bæði verða oydd úr tjóð síni. Tú mást ikki nekta blygd móðursystur tínar ella blygd faðirsystur tínar, tí at tílíkur nektar blygdina á næsta skyldmenni sínum; tey skulu bøta fyri misgerð sína. Hevur maður samlegu við konu faðirbróður síns, tá nektar hann blygd faðirbróður síns; tey skulu bøta aftur fyri synd sína og doyggja barnleys. Gongur maður í hjúnalag við konu bróður síns, tá er tað órein gerð; hann hevur nektað blygd bróður síns; barnleys skulu tey doyggja. Varðveitið tí allar fyriskipanir og allar lógir mínar og haldið tær, so at ikki landið, sum eg leiði tykkum inn í til at búgva í, skal útspýggja tykkum. Takið ikki eftir siðunum hjá teimum tjóðunum, sum eg reki undan tykkum; tær framdu alt hetta; og tí stóðst mær við tær, so at eg segði við tykkum: Tit skulu fáa land teirra til ognar; eg gevi tað undir tykkara vald, land, sum flýtur í mjólk og hunangi! Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum skildi tykkum burtur úr tjóðunum! Gerið tí mun á reinum djórum og óreinum, á óreinum fuglum og reinum, so at tit ikki gera tykkum sjálv andstyggilig við djórum og fuglum og við øllum tí, sum yður á jørðini, øllum, ið eg havi skilt frá, til tess at tað skal vera tykkum óreint. Tit skulu vera mær heilagir, tí at eg, Harrin, eri heilagur og havi skilt tykkum frá tjóðunum, til tess at tit skulu vera mínir. Hevur maður ella kona mananaranda ella spásagnaranda, skulu tey láta lív; tey skulu verða grýtt; blóðsekt hvílir á teimum.»
Harrin segði við Móses: «Tala til prestarnar, synir Árons, og sig við teir: Prestur má ikki gera seg óreinan av líki í ættarfólki sínum, uttan so er, at tað er næsta skyldmenni hans, móðir ella faðir, sonur ella dóttir, bróðir ella systir, sum er moyggj og enn hoyrir til húski hans og ikki givin manni, við henni má hann gera seg óreinan. Men var hon givin tjóðfelaga hansara til konu, tá má hann ikki gera seg óreinan við henni og soleiðis vanhalga seg. Prestarnir mega ikki raka seg berskøllutar, heldur ikki klippa skeggrondina og ikki skera skeinur í holdið. Teir skulu vera heilagir fyri Guði sínum og ikki vanhalga navn Guðs síns; tí at teir bera fram eldoffur Harrans, mat Guðs síns; tí skulu teir vera heilagir. Skøkju og spilta moyggj má hann ikki taka til konu, heldur ikki afturrikna konu, tí at hann skal verða halgaður Guði sínum. Tú skalt telja hann heilagan, tí at hann ber fram mat Guðs tíns; hann skal vera tær heilagur, tí at heilagur eri eg, Harrin, ið halgar tykkum! Um prestdóttir vanhalgar seg við horlívi, tá vanhalgar hon faðir sín; hon skal verða brend á báli. Presturin, sum er mætastur millum brøðra sína, á hvørs høvur salvingaroljan varð úthelt, og sum varð vígdur og latin í hini heilagu klæðini, hann má ikki lata hárið flákra og ikki skræða klæði síni. Hann má ikki koma at nøkrum líki, enn ikki við faðir og móður má hann gera seg óreinan. Og ikki má hann fara út úr halgidóminum, so at hann vanhalgar halgidóm Guðs síns, tí at vígslan av salvingarolju Guðs hans er á honum. Eg eri Harrin. Hann skal taka sær moyggj til konu. Hvørki einkju ella afturrikna konu, hvørki spilta moyggj ella skøkju má hann taka sær til konu, men moyggj av tjóðfelagum sínum skal hann taka sær til konu, so at hann ikki vanhalgar avkom sítt millum tjóðfelaga sína; tí at eg eri Harrin, sum halgar hann!» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Sig við Áron: Eingin av kyntátti tínum í komandi ættarliðum, sum hevur brek á sær, má koma framat til at frambera mat Guðs síns; tí at tað má eingin, ið brekaður er, hvørt hann er blindur ella lamin, ørkymlaður í andlitinum ella hevur einhvønn avskeplaðan lim, eingin, sum hevur brotnan fót ella brotna hond, eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin ella hevur flekk í eygum, eingin, sum hevur skrubb ella óferi ella meltað eistu. Eingin, sum er ættaður av Ároni presti og hevur brek á likami sínum, má sleppa framat til at frambera eldoffur Harrans; hann er brekaður og má ikki sleppa framat til at frambera mat Guðs síns. Tó má hann eta mat Guðs síns, bæði tað háheilaga og tað heilaga; men fram at fortjaldinum má hann ikki koma og ikki nærkast altarinum; tí at hann hevur brek og má ikki vanhalga halgidóm mín, tí at eg eri Harrin, hann, sum halgar teg!» Og Móses talaði soleiðis til Áron og synir hans og allar Ísraelsmenn.
Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Sig við Áron og synir hans, at teir skulu fara virðiliga við halgigávum Ísraelsmanna, sum teir víga mær, so at teir vanhalga ikki heilaga navn mítt. Eg eri Harrin! Sig við teir: Ein og hvør av kyntátti tykkara í komandi ættarliðum, sum, meðan hann er óreinur, nærkast halgigávum teimum, ið Ísraelsmenn halga Harranum, hann skal verða oyddur frá ásjón míni. Eg eri Harrin! Eingin av Árons ætt, sum er líktráur ella er brekaður við útflot, má eta av halgigávunum, fyrr enn hann er vorðin reinur aftur; og tann, sum nertur við nakran, sum er óreinur av líki, ella hevur sáðlát, ella tann, sum nertur við nakað skriðkykt, ið elvir óreinleika, ella við mann, ið elvir óreinleika, hvat óreinleiki tað enn má vera – ja, hvør, ið nertur við nakað tílíkt, hann skal vera óreinur til kvølds og ikki eta av halgigávunum, uttan so er, at hann fyrst hevur tváað likam sítt í vatni. Og so skjótt sum sól er farin til viða, er hann reinur og má eta av halgigávunum; tí at tað er matur hansara. Sjálvdeyð og sundurskrædd djór má hann ikki eta, tí at av tílíkum verður hann óreinur. Eg eri Harrin! Teir skulu tí varðveita boðorð míni, so at teir ikki verða syndasekir og soleiðis týna lívið, av tí at teir vanhalgaðu tað heilaga. Eg eri Harrin, hann, sum halgar tey. Eingin, sum ikki er av prestaætt, og eingin niðursetumaður og bønarmaður hjá presti má eta av tí heilaga. Men trælur, sum presturin keypir fyri silvur, má eta av tí; og somuleiðis trælur, sum føddur er í húsi hans, teir mega eta av mati hans. Prestdóttir, ið verður gift manni, sum ikki er av prestaætt, má ikki eta av avskurðarhalgigávunum. Men tá ið prestdóttir verður einkja, ella hon er afturrikin og eigur einki barn og vendir heim aftur í hús faðirs síns, tá má hon eins og í ungdómi sínum eta av mati faðirs síns; men eingin, sum ikki er av prestaætt, má eta av tí. Um maður av misgáu etur av tí heilaga, tá skal hann endurgjalda prestinum tað heilaga umframt greiða honum fimting av virði tess. Prestarnir mega ikki vanhalga tær halgigávur, sum Ísraelsmenn ofra Harranum, og lata teir leiða synd og sekt yvir seg við at eta av halgigávunum; tí at eg eri Harrin, hann sum halgar teir!» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Áron og synir hans og allar Ísraelsmenn og sig við teir: Um einhvør av Ísraels ætt ella av útisetunum í Ísrael framber offurgávu sína, hvørt tað er heitoffur ella sjálvboðið offur, ið teir frambera Harranum sum brennioffur, tá skal tað vera lýtaleyst kalloffur av neytum, seyðum ella geitum, til tess at tað má gera teir væl toknaðar frammi fyri Guði. Einki, sum er brekað, mega tit frambera sum offur, tí at tað ger tykkum ikki væl toknaðar. Tá ið maður framber Harranum takkaroffur, hvørt tað er at evna heiti ella sum sjálvboðið offur av stórdýrum ella smalum, tá skal tað vera lýtaleyst, so at tað má veita honum góðan tokka; brek má als ikki finnast á tí. Djór, sum er blint ella beinbrotið ella sært, ella djór, sum hevur kýli, skrubb ella óferi, mega tit ikki ofra Harranum; sum eldoffur mega tit ikki geva Harranum tílíkt upp á altarið. Oksa og seyð, sum hava einhvønn ov stóran ella avskeplaðan lim, mega tit ofra sum sjálvboðið offur, men sum heitoffur verður tað ikki væl toknað. Djór, sum geld eru, annaðhvørt eistini eru meltað ella morlað, undanslitin ella skorin, mega tit ikki ofra Harranum; tílíkt mega tit ikki gera í landi tykkara. Heldur ikki mega tit fáa tykkum tílíkt djór av útlendskum manni og bera tað sum offurmat fram fyri Guð tykkara; tí at tað er lýtt og brekað og veitir tykkum ongan tokka.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Verður kálvur kálvaður, lamb ella geitarlamb lembt, skal tað ganga undir móðurini í sjey dagar; men frá áttanda degi er tað væl toknað sum eldoffur til Harrans. Hvørki av stórdýrum ella smalum mega tit slátra djór og unga tess á sama degi. Tá ið tit ofra Harranum lovoffur, mega tit ofra tað soleiðis, at tað ger tykkum væl toknaðar. Sama dagin skal tað verða etið; einki mega tit leiva av tí til morgunin eftir: Eg eri Harrin! Tit skulu varðveita boðorð míni og halda tey. Eg eri Harrin. Vanhalgið ikki heilaga navn mítt; eg vil vera heilagur millum Ísraelsmenn. Eg eri Harrin, hann, ið halgar tykkum, og leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Eg eri Harrin!»
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Viðvíkjandi hátíðum Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur – tá eru hátíðir mínar hesar: Í seks dagar skulu tit verk vinna, men sjeyndi dagurin skal vera fullkomuligur hvíludagur, halgistevna; tá skulu tit einki verk vinna; hann skal vera hvíludagur fyri Harranum á øllum bústøðum tykkara. Hesar eru hátíðir Harrans og halgistevnur tær, sum tit skulu boða, hvørja á síni tíð: Fjúrtanda dagin í hinum fyrsta mánaðinum um sólsetur eru páskir fyri Harranum. Og fimtanda dagin í tí sama mánaðinum skulu tit halda Harranum hátíð hinna ósúrgaðu breyða; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Fyrsta dagin skulu tit halda halgistevnu, og tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu. Í sjey dagar skulu tit frambera Harranum eldoffur; sjeynda dagin skal vera halgistevna; tit mega ikki starva í nakrari vinnu.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, og tit skera akur har, tá skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av kornskurði tykkara. Og hann skal reiggja bundinum frammi fyri Harranum, so at tað ger tykkum væl toknaðar; dagin eftir hvíludagin skal presturin reiggja tí. Sama dag, sum tit reiggja bundinum, skulu tit ofra Harranum lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur, og aftur við tí sum grónoffur tveir tíggjundapartar úr efu av fínum mjøli blandað við olju sum vælangandi royk av eldofri fyri Harranum og somuleiðis fjórðingshin av víni sum droypioffur. Fyrr enn henda dag mega tit hvørki eta breyð ella sviðið korn ella nýtreskt korn, fyrr enn tit hava borið Guði tykkara offurgávuna. Hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara. Og frá degnum aftan á hvíludagin, frá tí degi tá tit frambera reiggjanarbundið, skulu tit telja sjey vikur fram, – sjey fullar vikur skulu vera til næsta dag eftir sjeynda hvíludag; fimmti dagar skulu tit telja fram; og tá skulu tit frambera Harranum nýtt grónoffur. Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við reiggjanarbreyði, tveimum breyðum gjørdum úr tveimum tíggjundapørtum úr efu av fínum mjøli, bakað við súrdeiggi – ein frumgróðrargáva til Harrans. Og umframt breyðini skulu tit frambera sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ein ungan tarv og tveir veðrar, ið skulu vera brennioffur fyri Harranum og aftur við tí grónoffur og droypioffur – eldoffurs vælangandi royk fyri Harranum. Og tit skulu ofra geitarhavur sum syndaoffur og tveir ársgamlar seyðir sum takkaroffur; presturin skal reiggja teimum báðum seyðunum saman við frumgróðrarbreyðinum sum reiggjanaroffur frammi fyri Harranum. Tað skal verða Harranum halgað, prestinum til handar. Á hesum sama degi skulu tit lata boð ganga og halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu. Hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara. Og tá ið tit skera akurin í landi tykkara, tá skalt tú ikki skera hvønn bakka og ikki heldur henta upp tey øks, ið eftir liggja; men tú skalt lata tað verða eftir til armingan og útisetan. Eg eri Harrin, Guð tykkara!» Og Harrin talaði framvegis til Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig: Á fyrsta degi í hinum sjeynda mánaðinum skulu tit halda áminningarhvíludag við lúðrablástri og halgistevnu. Tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu; tit skulu frambera Harranum eldoffur.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tíggjundi dagurin í hesum sama sjeynda mánaði er sáttmáladagur; tá skulu tit halda halgistevnu, svølta tykkum og frambera Harranum eldoffur. Á hesum sama degi mega tit einki verk vinna, tí at hann er sáttmáladagur til tess at veita tykkum sáttargerð frammi fyri Harranum, Guði tykkara. Tí at hvør, sum ikki svøltar seg á hesum sama degi, skal verða oyddur úr tjóð síni. Og hvør, ið vinnur at nøkrum verki á hesum sama degi, hann skal eg týna úr tjóð síni. Einki verk mega tit vinna; tað skal vera tykkum ævig skipan ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara. Hann skal vera tykkum fullkomuligur hvíludagur; tit skulu svølta tykkum; á níggjunda degi mánaðarins um kvøldið skulu tit halda hvíludag tykkara frá kvøldi til kvølds.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Tala við Ísraelsmenn og sig: Á fimtanda degi í hinum sjeynda mánaðinum skulu tit halda Harranum leyvskálahátíð í sjey dagar. Á fyrsta degi skulu tit halda halgistevnu; í ongari vinnu mega tit starva. Í sjey dagar skulu tit frambera Harranum eldoffur; áttanda dagin skulu tit halda halgistevnu og frambera Harranum eldoffur; tað er hátíðarfundur, og tit mega tá ikki starva í nakrari vinnu. Hetta eru hátíðir Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur, tá ið tit frambera Harranum eldoffur, brennioffur, grónoffur, sláturoffur og droypioffur, tað fyriskipaða ofrið á hvørjum degi, umframt hvíludagar Harrans og umframt gávur og heitoffur og sjálvboðin offur, sum tit geva Harranum. Á fimtanda degi í hinum sjeynda mánaðinum, tá ið tit hava fingið úrtøku landsins inn undir lonir, skulu tit halda hátíð Harrans í sjey dagar; hin fyrsti dagurin skal vera hvíludagur og somuleiðis hin áttandi. Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum aldin av føgrum trøum, pálmabløð og greinar av leyvtrøum og áarpílum og fegnast frammi fyri Harranum, Guði tykkara, í sjey dagar. Og tit skulu halda hana sum hátíð Harrans í sjey dagar um árið; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið; í sjeynda mánaði skulu tit halda hana. Tá skulu tit búgva í leyvskálum í sjey dagar; allir menn, sum føddir eru í Ísrael, skulu búgva í leyvskálum, til tess at eftirkomarar tykkara mega vita; at eg læt Ísraelsmenn búgva í leyvskálum, tá eg leiddi teir út úr Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara!» Síðan greindi Móses Ísraelsmonnum frá hátíðum Harrans.
Og Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, tá skal landið halda Harranum hvíludag. Í seks ár skalt tú sáa bø tín og í seks ár snidra víngarð tín og bera inn grøði landsins. Men sjeynda árið skal landið halda fullkomuligan hvíludag, hvíludag fyri Harranum; tá mást tú ikki sáa og snidra víngarð tín. Tað korn, sum er vaksið sjálvsáað eftir innbering tína, mást tú ikki skera; og vínberini av ósnidraðu víntrøum tínum mást tú ikki tína; tað skal vera hvíludagsár fyri landið. Og tað, sum landið ber, meðan tað hvílir, skal vera tykkum til føðslu, tær og træli og trælkvendi tínum, bønarmanni tínum og niðursetumanni, sum hjá tær búgva; allur fenaður og øll villdjór í landinum skulu liva av gróðri tess. Og tú skalt telja sjey hvíludagsár fram, sjey ferðir, so at tíðarskeið teirra sjey hvíludagsára verður fjøruti og níggju ár. Tá skalt tú á tíggjunda degi í hinum sjeynda mánaðinum lata glymlúðurin ljóða; á sáttmáladegnum skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara. Og tit skulu halga tað fimmtiunda árið og boða frælsi í landinum fyri allar íbúgvar tess, fagnaðarár skal tað vera tykkum; tá skal hvør maður venda aftur á óðal sítt, og hvør maður venda heim aftur til ættarfólks síns. Fagnaðarár skal fimmtiunda árið vera tykkum; tá mega tit ikki sáa og ikki skera tað sjálvvaksna kornið og ikki tína vínberini av tí ósnidraða vínviðinum. Tað er fagnaðarár; heilagt skal tað vera tykkum, og tit skulu eta tað, sum sprettur sjálvsáað úr jørðini. Á fagnaðarárinum skal hvør tykkara koma aftur á óðal sítt. Tá ið tú selur tjóðfelaga tínum eitthvørt ella keypir eitthvørt frá honum, tá mega tit ikki órætta hvør annan. Tá ið tú keypir nakað frá tjóðfelaga tínum, skalt tú telja árini síðan síðsta fagnaðarár; og tá ið hann selur tær nakað, skal hann telja, hvussu mong ár tú fert at bera inn. Eru mong ár eftir, skalt tú seta virðið høgt, og eru fá ár eftir, skalt tú seta virðið lágt; tí at tað eru so og so mangar innberingar, hann selur tær. Tit skulu ikki órætta hvør annan; men tú skalt óttast Guð tín; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara! Haldið fyriskipanir mínar og varðveitið lógir mínar og haldið tær; tá skulu tit búgva tryggir í landinum, og tá man landið geva av sær grøði sína, og tit skulu eta og verða mettir og búgva har tryggir. Men siga tit nú: Hvat skulu vit eta sjeynda árið, tá ið vit hvørki mega sáa ella bera inn grøði okkara? tá vitið, at sætta árið sendi eg tykkum signing mína, so at tað gevur av sær tríggja ára grøði. Áttanda árið mega tit sáa; men tit skulu liva av gomlum gróðri til hitt níggjunda árið; til tað hevur givið av sær gróðurin, skulu tit liva av gamlari grøði. Jørðin má ikki verða seld med alla, tí at hon er mín, og tit eru bert útisetar og niðursetumenn hjá mær. Í øllum tí landi, ið tit fáa at eiga, skulu tit geva loyvi til, at jørð verður loyst aftur. Verður bróðir tín fátækur og má selja nakað av jørð síni, tá skal loysnarmaður hansara, tann, sum honum er næstur, koma og loysa tað, sum bróðir hansara hevur selt. Hevur maður ongan loysnarmann og verður sjálvur førur fyri at loysa jørðina aftur, tá skal hann telja árini, sum liðin eru, síðan hann seldi; og eina fyri ta tíð, sum eftir er, skal hann gjalda tí manni, sum hann seldi til, og taka síðan aftur við jørð síni. Men eigur hann ikki nóg mikið til at loysa hana aftur við, tá skal hon alt til fagnaðarárið verða í hondum keyparans, ið hann seldi hana til; men tá ið fagnaðarárið er komið, skal hon verða latin úr hondum; og tá skal hann fáa jørð sína aftur. Selur maður sethús í múrgirdari borg, eigur hann einans fyrsta árið eftir, at hann seldi tað, heimild at loysa tað aftur; loysnarrættur hansara skal eina vara eitt ár. Men verður tað ikki loyst aftur, áðrenn ár er liðið, tá skal hús í múrgirdari borg ognast honum, ið keypti tað, og eftirkomarum hansara; tað skal ikki verða latið úr hondum fagnaðarárið. Men hús í torpum, sum ikki hava múrar alt íkring, skulu teljast bóndaland; tey mega verða loyst aftur, og fagnaðarárið skulu tey verða latin úr hondum. Men húsini í teimum borgum, sum hoyra Levitunum til, tey skulu Levitarnir altíð eiga heimild at loysa. Og um einhvør av Levitunum ikki loysir aftur tað húsið, sum hann seldi í einihvørji borg, ið teimum hoyrir til, tá skal tað verða latið úr hondum fagnaðarárið; tí húsini í borgum Levitanna eru óðalsogn teirra millum Ísraelsmenn. Heldur ikki má jørðin, ið hoyrir til borgir teirra, verða seld, tí at hon er æviga óðalsogn teirra. Kemur bróðir tín í fátækt hjá tær og verður ósjálvbjargin, tá skalt tú veita honum dugnað, so at hann, ið hvussu er, má búgva hjá tær sum útiseti ella niðursetumaður. Tú mást ikki taka av honum fæleigu, heldur ikki eykagjald, men tú skalt óttast Guð tín og lata bróður tín búgva hjá tær. Tú mást ikki taka fæleigu fyri silvur títt, sum tú lænir honum, heldur ikki eykagjald fyri tann mat, sum tú gevur honum. Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at geva tykkum Kánáanland og vera Guð tykkara. Kemur bróðir tín í fátækt hjá tær og má selja seg til tín, tá mást tú ikki bjóða honum trælakor; sum bønarmaður ella niðursetumaður skal hann búgva hjá tær og tæna tær til fagnaðarárið; tá skal hann verða frælsur aftur, hann og børn hansara, og fara heim aftur til ættarfólk sítt, á óðal fedra sína, tí at teir eru tænarar mínir, sum eg leiddi út úr Egyptalandi; ikki mega teir verða seldir eins og trælir verða seldir. Tú mást ikki valda honum við hørðum, tú skalt óttast Guð tín. Men er tykkum tørvur á trælum og trælkvendum, skulu tit keypa tey av teimum tjóðum, ið búgva kring um tykkum; eisini mega tit keypa tykkum trælir av børnum hjá teimum niðursetumonnum, sum búgva í útisetri hjá tykkum, og av ættarfólki teirra, sum hjá tykkum býr og er gitið í landi tykkara; tey skulu verða ogn tykkara. Tey skulu tit lata børn tykkara fáa í arv og til ognar eftir tykkum, so at tey verða trælir hjá tykkum allar tíðir; men yvir brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mega tit ikki valda við harðskapi, bróðir yvir bróður. Tá ið útisetin ella niðursetumaðurin hjá tær verður ovurríkur, men bróðir tín í grannalagi hansara kemur í fátækt og má selja seg til útisetan ella niðursetumannin hjá tær ella onkrum av ætt útisetans, tá eigur hann heimild at verða loystur aftur, eftir at hann hevur selt seg; ein av brøðrum hansara skal loysa hann aftur, ella faðirbróðir hansara ella sonur faðirbróður hansara ella næsta skyldmenni av ætt hansara, ella hann verður sjálvur førur fyri at loysa seg aftur. Tá skal hann saman við honum, ið keypti hann, telja árini frá tí, hann seldi seg til hansara, og til fagnaðarárið; søluvirði hansara skal samsvara hesum áramáli; og tey árini, hann hevur verið hjá honum, skal hann hava verið sum bønarmaður. Eru enn mong ár eftir, tá skal hann samsvarandi teimum rinda í loysnargjaldi av tí fæi, sum hann var seldur fyri. Og eru fá ár eftir til fagnaðarárið, skal hann rokna honum tey til og greiða loysnargjald sítt fyri tey ár, ið eftir eru. Sum bønarmaður skal hann ár um ár vera hjá honum; tú mást ikki taka útyvir, tá ið tú sært hann valda honum við harðskapi. Men verður hann ikki loystur á henda hátt, skal hann verða frælsur aftur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara. Tí at hjá mær eru Ísraelsmenn trælir; teir eru mínir trælir, sum eg leiddi út úr Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara!
Tit mega ikki gera tykkum fánýtar gudar og ikki reisa tykkum gudamyndir og steinsúlur og ikki seta upp myndasteinar í landi tykkara til tess at tilbiðja teir; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara! Mínar hvíludagar skulu tit halda og hava óttafulla virðing fyri halgidómi mínum. Eg eri Harrin! Ganga tit eftir fyriskipanum mínum og varðveita boðorð míni og halda tey, tá skal eg geva tykkum regn í tøkum tíma, so at landið gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín. Tá skal hjá tykkum treskitíðin vara til víninnberingin byrjar, og víninnberingin vara, til sáðtíðin byrjar; og tit skulu eta tykkum mettar av breyði tykkara og búgva tryggir í landinum. Eg skal geva frið í landinum, so at tit mega fara til hvíldar, uttan at nakar loypir ekka á tykkum; og villdjórini vil eg oyða út úr landinum, og svørðið skal ikki fara um land tykkara meira. Tit skulu elta fíggindar tykkara, og framman fyri tykkum skulu teir falla fyri svørði. Fimm av tykkum skulu elta hundrað, og hundrað av tykkum skulu elta tíggju túsund; og fíggindar tykkara skulu framman fyri tykkum falla fyri svørði. Og eg vil snúgva mær til tykkara og lata tykkum nørast og fjølgast og staðfesta sáttmála mín við tykkum. Og tit skulu eta gamalt korn, til tit noyðast at beina tað burtur til tess at fáa rúm fyri tí nýggja korninum. Eg vil reisa bústað mín tykkara millum, og sál míni skal ikki standast við tykkum meira. Og eg vil ganga tykkara millum og vera Guð tykkara, og tit skulu vera fólk mítt. Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi, til tess at tit ikki skuldu vera trælir teirra; eg breyt sundur stengurnar av oki tykkara og læt tykkum ganga upprættar. Men lýða tit ikki mær og halda ikki øll hesi boðorð, havna tit fyriskipanum mínum og stendst tykkum við lógboð míni, so at tit ikki halda allar setningar mínar, men slíta sáttmálan við meg, tá vil eg afturfyri gera á henda hátt ímóti tykkum: Eg skal heimsøkja tykkum við ræðslum, við tæringi og brennandi hitasótt, so eyguni slokna, og lívið fjarar burtur. Og tit skulu sáa sáð tykkara til ónýtis, tí at fíggindar tykkara skulu eta tað. Tá skal eg snúgva mær móti tykkum og lata tykkum lúta fyri fíggindum tykkara; og hatarar tykkara skulu valda tykkum; og tit skulu flýggja undan, tó at eingin eltir tykkum. Og lýða tit mær heldur ikki tá, skal eg umframt hetta geva tykkum sjeyfalda revsing fyri syndir tykkara. Eg skal bróta drambsligu styrki tykkara og gera himinin uppi yvir tykkum sum jarn og jørð tykkara sum kopar. Strev tykkara skal verða til einkis, tí at jørðin skal ikki geva grøði sína, og trøini á markini skulu ikki bera ávøkst. Og eru tit kortini tvørsintir móti mær og vilja ikki lýða mær, tá skal eg uppaftur sláa tykkum sjeyfalt fyri syndir tykkara. Djórunum av víðavangi skal eg sleppa eftir tykkum, so at tey gera tykkum barnleysar og beina fyri fenaði tykkara; eg skal gera tykkum fámentar, so at leiðirnar um land tykkara liggja oyddar. Og vilja tit enn ikki taka við aga av mær, men eru tvørsintir móti mær, tá vil eg eisini verða tvørsintur móti tykkum og sláa tykkum sjeyfalt fyri syndir tykkara. Eg vil lata svørðið koma yvir tykkum til at hevna sáttmálan, ið tit sviku; tá munnu tit tyrpast inn í borgir tykkara; men eg skal lata drepsótt herja tykkara millum, og tit skulu gevast upp í fígginda hendur. Soleiðis skal eg bróta tykkum stuðulstav breyðsins, at tíggju konur skulu baka breyð tykkara í einum ovni og býta breyð tykkara út eftir vekt; tit skulu eta, men ikki fáa tykkum mettar. Og vilja tit hóast hetta enn ikki lýða mær, men eru tvørsintir ímóti mær, tá skal eg í vreiði eisini vera tvørsintur móti tykkum og geva tykkum sjeyfalda revsing fyri syndir tykkara. Tit skulu eta holdið av sonum tykkara; og holdið av døtrum tykkara. Eg rívi niður offurheyggjar tykkara og smildri sólsúlur tykkara og tveiti líkini av sjálvum tykkum oman á ræini av skurðgudum tykkara, og sál míni skal standast við tykkum. Eg vil avtofta borgir tykkara og leggja halgidómar tykkara oyði og ikki kenna góðan anga av offurroyki tykkara. Eg oyði landið, so at fíggindar tykkara, sum seta seg niður har, skulu øtast. Eg skal spjaða tykkum út um tjóðirnar og elta tykkum við bregdaðum svørði; land tykkara skal verða til oyðimørk, og borgir tykkara verða avtoftaðar. Tá skal landið fáa bøtt aftur hvíludagar sínar, alla ta tíð, tað liggur oyðið, og tit búgva í fíggindalandi; tá skal landið hvíla og fáa bøtt aftur hvíludagar sínar, alla ta tíð, tað liggur oyðið, skal tað njóta ta hvíld, ið tað ikki fekk notið á hvíludøgum tykkara, tá ið tit búðu í landinum. Men teir av tykkum, ið eftir verða, vil eg gera so hjartkiptar í londum fígginda teirra, at ljóðið av fúkandi leyvsblaði rekur teir á føtur, so at teir flýggja eins og fyri svørði og falla, tó at eingin eltir teir; teir skulu snáva hvør um annan í ræðslu undan svørði, tó at eingin eltir teir; fyri fíggindum tykkara skulu tit ikki standast. Tit skulu farast millum tjóðanna, og land fígginda tykkara skal eta tykkum upp. Og teir av tykkum, ið eftir verða, skulu fyri misgerðir sínar træna burtur í londum fígginda sína; eisini fyri misgerðir fedra sína skulu teir træna burtur eins og teir. Tá munnu teir játta misgerð sína og misgerð fedra sína, at teir hava svikið meg; og teir skulu viðurkenna, at eg, vegna tess at teir hava verið tvørsintir ímóti mær, eisini havi verið tvørsintur móti teimum og flutt teir burtur í land fígginda teirra; tá skal óumskorna hjarta teirra eyðmýkjast; og tá skulu teir fáa misgerð sína afturlønta. Tá vil eg minnast sáttmála mín við Jákup og sáttmála mín við Ísak, ja, sáttmála mín við Ábraham vil eg eisini minnast; og landið skal eg hava í huga. Men landið má kvitta seg av við teir; og ta tíðina, tað liggur oyðið, skal tað fáa hvíludagar sínar afturbøttar; men teir skulu bøta fyri misgerð sína av tí, ja, av tí at teir havnaðu lógum mínum, og at sál teirra stóðst við fyriskipanir mínar. Men um teir enn eru í landi fígginda sína, so havni eg teimum tó ikki, og sál míni stendst ikki við teir, so at eg skuldi forkomið teimum og gjørt sáttmála mín við teir fyri ongum; tí at eg eri Harrin, Guð teirra. Fyri sakir teirra vil eg minnast sáttmálan við fedrar teirra, sum eg fyri eygum tjóðanna leiddi út úr Egyptalandi til tess at vera Guð teirra. Eg eri Harrin!» Hetta eru tey boð og tær fyriskipanir og lógir, sum Harrin setti millum sín og Ísraelsmanna á Sinai fjalli við Mósesi.
Og Harrin talaði til Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið maður evnar Harranum heiti og metir tað í mannavirði, tá skal maður frá tjúgu ára aldri til seksti ára aldurs verða mettur til fimmti siklar í silvuri eftir halgidómsins virði. Er tað kona, skal hon verða mett til tríati siklar í silvuri. Sveinur frá fimm ára aldri til tjúgu ára aldurs skal verða mettur til tjúgu siklar og genta tíggju. Sveinbarn frá mánaðar gomlum til fimm ára aldurs skal verða mett til fimm siklar í silvuri og moybarn tríggjar siklar í silvuri. Maður farin um seksti ár skal verða mettur til fimtan siklar og kona til tíggju siklar. Men eigur ein nú ikki fyri tað, sum hann er mettur til, tá skal hann verða leiddur fyri prestin, og presturin skal meta hann; eftir evnum hans, ið heitið hevur gjørt, skal presturin meta hann. Viðvíkur heitið fenaði, sum ein kann frambera sum offurgávu til Harrans, tá skal alt, sum hann gevur, verða halgað Harranum. Tað má ikki verða býtt ella umskift, hvørki gott djór við ringt ella ringt við gott; og verður kortini djór skift um við djór, tá skal bæði tað sjálvt og tað, sum tað verður umskift við, verða heilagt. Viðvíkur heitið óreinum djóri, sum ikki má framberast Harranum sum offurgáva, tá skal tað verða leitt fyri prestin; og presturin skal meta tað, eftir sum tað er væl ella illa í holdum; og tað skal hava tað virði, sum presturin metir tað til. Men vil ein sjálvur loysa tað aftur, skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót. Halgar maður Harranum hús sítt sum halgigávu, tá skal presturin meta tað, eftir sum tað er gott ella ringt; tað skal standa tað virði, sum presturin metir tað til. Men vil hann, ið halgaði hús sítt, loysa tað aftur, tá skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót; og tá skal tað vera hansara ogn. Um maður halgar Harranum nakað av ognarjørð síni, tá skal loysnarvirðið metast eftir tí, sum hann sáar í hana; sáar hann ein homer av byggi, skal hon metast fimmti siklar í silvuri. Halgar hann jørð sína frá fagnaðarárinum av, tá skal hon standa sítt fulla metingarvirði. Men halgar hann hana, tá nakað er fráliðið fagnaðarárinum, tá skal presturin meta honum loysnargjaldið eftir teimum árum, ið eftir eru til fagnaðarárs, soleiðis at metanarvirðið minkar í sama mun. Vil nú tann, sum halgaði jørðina, loysa hana aftur, tá skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót, og tá skal hon verða ogn hansara. Men loysir hann ikki jørðina aftur og selur hana kortini øðrum manni, tá skal ikki vera heimilt at loysa hana aftur; tá ið hon á fagnaðarárinum verður fræls aftur, skal hon verða halgað Harranum eins og bannførd jørð og ognast prestinum. Um maður halgar Harranum jørð, sum hann hevur keypt, og sum ikki er arvajørð hansara, tá skal presturin rokna honum metanarvirðið til næsta fagnaðarárs; og tá skal hann sama dag rinda metanarvirðið sum halgigávu til Harrans. Fagnaðarárið fellur jørðin aftur til hansara, sum hann keypti hana frá, og hvørs arvajørð hon var. Øll virðismetan skal vera eftir halgidómsins virði, soleiðis at tjúgu gerur eru í einum sikli. Eingin má halga Harranum nakran frumburð av fenaði, tí at sum frumborið hoyrir tað Harranum til longu frammanundan; hvørt tað er neyt ella seyður, hoyrir tað Harranum til. Men er tað eitt av teimum óreinu djórunum, tá skal hann loysa tað aftur eftir metanarvirðinum og umframt rinda fimting í viðbót; men verður tað ikki loyst aftur, tá skal tað verða selt fyri metanarvirðið. Einki, sum bannført er, einki, sum maður við bannføring halgar Harranum av ognum sínum, hvørt tað er fólk ella fenaður ella arvajørð, má verða selt ella loyst aftur; alt, sum er bannført, er háheilagt og hoyrir Harranum til. Eingin bannførdur maður má verða loystur; hann skal láta lív. Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum. Um maður vil loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann í viðbót rinda fimting. Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og seyðum og øllum, sum fer undir hirðastavinum, skal tíggjunda hvørt djór verða halgað Harranum. Ikki má verða gjørdur greinarmunur á góðum og ringum djóri, og einki má verða býtt um; og verður nakað umbýtt, tá skal bæði tað sjálvt og tað, sum tað verður býtt við, verða heilagt og má ikki verða loyst aftur.» Hesi eru tey lógboð, sum Harrin á Sinai fjalli beyð Mósesi at flyta Ísraelsmonnum.
Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk í samfundartjaldinum á fyrsta degi í øðrum mánaði, annað árið eftir burturferð teirra úr Egyptalandi og segði: «Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna eftir kyntáttum og ættum teirra við at telja nøvnini á øllum kallmonnum, mann fyri mann; allar vígførar menn í Ísrael frá tjúgu ára aldri og uppeftir skulu tit kanna eftir herfjøldum teirra, tú og Áron. Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum; teir skulu vera oddamenn hvør fyri síni ætt. Og hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu hjálpa tykkum: Av Ruben: Elizur Sjedeursson. Av Símeon: Sjelumiel Zurisjaddaison. Av Júda: Náhsjon Amminadabsson. Av Issakar: Netánel Zuarsson. Av Zebulon: Eliab Helonsson. Av Jósefssonum: Av Efraim: Elisjáma Ammihudsson. Av Manasse: Gamliel Pedazursson. Av Benjamin: Ábidan Gideónison. Av Dán: Áhiezer Ammisjaddaison. Av Ásjer: Págiel Okransson. Av Gád: Eljasaf Deuelsson. Av Naftali: Áhira Enansson.» Hesir vóru teir, ið savnaðurin skipaði høvdingar fyri ættargreinum fedra sína og oddamenn fyri Ísraels túsundum. Og Móses og Áron tóku hesar menn, ið vóru tilskilaðir eftir nøvnum, og stevndu síðan øllum savnaðinum saman á fyrsta degi í øðrum mánaði, og teir, sum vóru tjúgu ár og eldri, vórðu við navnateljing skrivaðir í manntal eftir kyntáttum og ættum sínum, maður fyri mann, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Soleiðis kannaði hann teir í Sinai oyðimørk. Synir Rubens, hins frumgitna Ísraels, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Rubens ætt, vóru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað. Og synir Símeons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, allir, ið kannaðir vórðu við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Símeons ætt, vóru fimmti og níggju túsund og trý hundrað. Og synir Gáds, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Gáds ætt, vóru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti. Og synir Júda, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Júda ætt, vóru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað. Og synir Issakars, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu árum og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Issakars ætt, vóru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað. Og synir Zebulons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Zebulons ætt, vóru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað. Og synir Jósefs: Synir Efraims, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum teirra og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Efraims ætt, vóru fjøruti túsund og fimm hundrað. Og synir Manasse, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Manasse ætt, vóru tríati og tvey túsund og tvey hundrað. Og synir Benjamins, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Benjamins ætt, vóru tríati og fimm túsund og fýra hundrað. Og synir Dáns, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Dáns ætt, vóru seksti og tvey túsund og sjey hundrað. Og synir Ásjers, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Ásjers ætt, vóru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað. Og synir Naftali, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir, ið kannaðir vórðu av Naftali ætt, vóru fimmti og trý túsund og fýra hundrað. Hesir vóru teir, ið kannaðir vórðu, sum Móses og Áron og Ísraels tólv høvdingar, ein fyri hvørja ættina, kannaðu. Og allir Ísraelsmenn, ið kannaðir vórðu eftir ættum sínum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir vígførir í Ísrael, allir samlir, ið kannaðir vórðu, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti. Men Levitarnir – eftir ættarfólki sínum – vórðu ikki kannaðir saman við teimum. Og Harrin talaði við Móses og segði: «Einans Levi ætt mást tú ikki kanna og ikki taka manntal av teimum millum Ísraelsmanna. Tú skalt lata Levitarnar hava umsjón við vitnisburðartjaldtemplinum og amboðum tess og øllum, sum tí hoyrir til; tað eru teir, ið skulu hava tjaldtemplið og øll reiði tess; teir skulu skipa tænastu tess og tjalda kring um tað. Tá ið tjaldtemplið verður flutt úr stað, skulu Levitarnir taka tað niður, og tá ið tjaldtemplið aftur steðgar, skulu Levitarnir seta tað upp; og nærkast nakar, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív. Og Ísraelsmenn skulu tjalda hvør í sínum herbúðabólki undir merki sínum eftir herfjøldum sínum. Men Levitarnir skulu tjalda kring vitnisburðartjaldtemplið, til tess at ikki vreiði skal koma yvir savnað Ísraelsmanna. Tí at tað eru Levitarnir, ið skulu hava vitnisburðartjaldtemplið í varðveitslu.» Og Ísraelsmenn so gjørdu; teir bóru seg at í øllum eftir tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Ísraelsmenn skulu tjalda hvør við sítt merki, undir einkenni ættar sínar; kring um samfundartjaldið, eitt sindur frá tí, skulu teir tjalda. Frammantil móti eystri skal Júda tjalda undir merki sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Júda sona er Náhsjon Amminadabsson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans eru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað. Næst honum skal Issakars ætt tjalda; høvdingi Issakars sona er Netánel Zuarsson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað. Síðan Zebulons ætt; høvdingi Zebulons sona er Eliab Helonsson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað. Og allir, ið kannaðir eru í herbúðum Júda, eru eitt hundrað og áttati og seks túsund og fýra hundrað mans eftir herfjøldum teirra. Teir eiga fyrstir at leggja út, tá ið farið verður úr stað. Sunnantil skal Ruben reisa herbúðamerki sítt eftir herfjøldum sínum; høvdingi Rubens sona er Elizur Sjedeursson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað. Næst honum skal Símeons ætt tjalda; høvdingi Símeons sona er Sjelumiel Zurisjaddaison; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og níggju túsund og trý hundrað. Síðan Gáds ætt; høvdingi Gáds sona er Eljasaf Reuelsson; og teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti. Og allir, ið kannaðir eru í Rubens herbúðum, eru eitt hundrað og fimmti og eitt túsund og fýra hundrað og fimmti mans eftir herfjøldum teirra; teir eiga næstir at leggja út, tá ið farið verður úr stað. Síðan skal samfundartjaldið flyta úr stað, og saman við tí herbúðir Levitanna í miðjum herinum; á sama hátt, sum teir tjaldaðu, skulu teir flyta úr stað, hvør á sínum staði eftir merkjum sínum. Móti vestri skal Efraim seta herbúðir sínar undir merkjum sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Efraims sona er Elisjáma Ammihudsson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti túsund og fimm hundrað. Næst honum Manasse ætt; høvdingi Manasse sona er Gamliel Pedazursson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru tríati og tvey túsund og tvey hundrað. Síðan Benjamins ætt; høvdingi Benjamins sona er Ábidan Gideónison; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru tríati og fimm túsund og fýra hundrað. Allir, ið kannaðir eru í herbúðum Efraims, eru eitt hundrað og átta túsund og eitt hundrað mans eftir herfjøldum teirra; teir eiga triðir fyrstir at leggja út, tá ið flutt verður úr stað. Norðantil skal Dán reisa herbúðir sínar undir merkjum sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Dáns sona er Áhiezer Ammisjaddaison, teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru seksti og tvey túsund og sjey hundrað. Næst honum skal Ásjers ætt tjalda; høvdingi Ásjers sona er Págiel Okransson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað. Síðan Naftali ætt, høvdingi Naftali sona er Áhira Enansson; teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og trý túsund og fýra hundrað. Og allir, ið kannaðir eru í herbúðum Dáns, eru eitt hundrað og fimmti og sjey túsund og seks hundrað. Tá ið farið verður úr stað, eiga teir síðstir at leggja út eftir merkjum sínum.» Hesir vórðu kannaðir av Ísraelsmonnum eftir ættum sínum; allir, sum kannaðir vórðu í herbúðunum eftir herfjøldum sínum, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti. Men Levitarnir vórðu ikki kannaðir við hinum Ísraelsmonnum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og Ísraelsmenn gjørdu soleiðis; beint so sum Harrin hevði boðið Mósesi, tjaldaðu teir eftir merkjum sínum og løgdu út hvør eftir kyntátti og ætt síni.
Hesir eru eftirkomarar Árons og Mósesar á teirri tíð, tá ið Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli. Hesi eru nøvnini á sonum Árons: Nádab, hin frumgitni, Ábihu, Eleazar og Ítámar; hesi eru nøvnini á sonum Árons, ið vóru salvaðir prestar og vígdir til prestatænastu. Men Nádab og Ábihu doyðu fyri ásjón Harrans ta ferðina, tá ið teir bóru fremmandan eld fram fyri Harran í Sinai oyðimørk; og av tí at teir ongar synir áttu, fingu Eleazar og Ítámar prestaembætið frammi fyri Ároni, faðir sínum. Og Harrin talaði við Móses og segði: «Leið Levi ætt fram og lat hana taka støðu frammi fyri Ároni presti. Teir skulu tæna honum og veita honum dugnað og øllum savnaðinum framman fyri samfundartjaldinum við at gera tænastu í tjaldtemplinum; teir skulu varðveita øll amboð samfundartjaldsins og hava umsjón við Ísraelsmonnum og við at gera tænastu í tjaldtemplinum. Soleiðis skalt tú geva Ároni og sonum hansara Levitarnar; allir skulu teir verða honum givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum. Men Áron og synir hansara skalt tú seta til at gera prestatænastu sína; hevur nakar seg framat, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív.» Og Harrin talaði við Móses og segði: «Sí, eg havi sjálvur av Ísraelsmonnum tikið Levitarnar aftur fyri allar frumburðir, sum opna móðurlív hjá Ísraelsmonnum, og Levitarnir eru vorðnir mín ogn; tí at mær hoyra allir frumburðir til; ta ferðina tá ið eg drap allar frumburðir í Egyptalandi, tá halgaði eg mær allar frumburðir í Ísrael bæði av monnum og fenaði; mær hoyra teir til. Eg eri Harrin!» Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk og segði: «Kanna synir Levi eftir ættum og kyntáttum teirra; allar kallmenn frá mánaðargomlum og haðan eldri skalt tú kanna.» Tá kannaði Móses teir eftir boði Harrans, eins og honum var álagt. Og hesir vóru synir Levi eftir nøvnum teirra: Gersjon, Kehat og Merari. Og hesi vóru nøvnini á sonum Gersjons eftir kyntáttum teirra: Libni og Sjimei. Synir Kehats eftir kyntáttum teirra: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Og synir Merari eftir kyntáttum teirra: Máli og Musji. Hetta vóru kyntættir Levi eftir ættum teirra. Av Gersjoni eru kyntættir Libni og Sjimei komnir; hesir vóru kyntættir Gersjons. Teir, ið kannaðir vóru, komu upp í sjey túsund og fimm hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og eldri. Kyntættir Gersjons tjaldaðu aftanvert við tjaldtemplið móti vestri. Høvdingi fyri ætt Gersjonita var Eljasaf Láelsson. Tað, sum synir Gersjons høvdu umsjón við í samfundartjaldinum, var sjálvt tjaldtemplið, tjaldtakdúkurin og fortjaldið fyri durum samfundartjaldsins, forgarðstjøldini og fortjaldið fyri inngongd forgarðsins, sum var kring um tjaldtemplið, altarið, tjaldreipini og alt, sum har var tørvur á at gera. Av Kehat eru komnir kyntættir Amramita, Jizharita, Hebronita og Uzzielita; hesir vóru kyntættir Kehatita. Teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í átta túsund og seks hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og uppeftir; teir høvdu umsjón við halgidóminum. Kyntættir Kehats sona tjaldaðu sunnarumegin tjaldtemplið. Og ættarhøvdingi fyri kyntátti Kehatita var Elizafan Uzzielsson. Teir høvdu umsjón við ørkini, borðinum, ljósastakanum, altarunum, halgidómsins amboðum, ið nýtt vórðu við tænastuna, fortjaldinum og øllum, sum har var at gera. Høvdingi yvir høvdingum Levita var Eleazar, sonur Árons prests, ið var yvir teimum, sum høvdu umsjón við halgidóminum. Av Merari eru komnir kyntættir Málita og Musjita. Hesir vóru kyntættir Merari. Teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í seks túsund og tvey hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og eldri. Og ættarhøvdingi fyri kyntátti Merari var Zuriel Ábihailsson; teir tjaldaðu norðarumegin tjaldtemplið. Synir Merari høvdu fingið umsjón við tiljuborðum tjaldtempulsins við lokum, stólpum og undirstabbum og øllum amboðum tess við øllum, sum har var at gera, við stólpum forgarðsins alt íkring og við undirstabbum teirra, hælum og tjaldreipum. Eystantil fyri framman tjaldtemplið, fyri framman samfundartjaldið móti sólarrisi, tjaldaðu Móses og Áron og synir hansara; teir varðveittu halgidómin og høvdu umsjón við Ísraelsmonnum; og hevði nakar seg framat, sum ikki var av prestaætt, mátti hann láta lív. Allir, ið kannaðir vóru av Levitunum, sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans eftir kyntáttum teirra, allir kallmenn frá mánaðargomlum og eldri, komu upp í tjúgu og tvey túsund. Og Harrin segði við Móses: «Kanna allar frumburðir av kallkyni millum Ísraelsmanna frá mánaðargomlum og haðan eldri og tel teir eftir nøvnum teirra. Og tak Levitarnar mær, Harranum, til handar í staðin fyri allar frumburðir millum Ísraelsmanna; og fenað Levitanna í staðin fyri allar frumburðir av fenaði Ísraelsmanna.» Móses kannaði tá, eins og Harrin hevði boðið honum, allar frumburðir millum Ísraelsmanna. Og tá ið allir frumburðir av kallkyni frá mánaðargomlum og haðan eldri vóru kannaðir við navnateljing, komu teir upp í tjúgu og tvey túsund og tvey hundrað og sjeyti og tríggjar. Síðan talaði Harrin við Móses og segði: «Tak Levitarnar í staðin fyri allar frumburðir millum Ísraelsmanna og fenað Levitanna í staðin fyri fenað teirra, og skulu Levitarnir vera mín ogn. Eg eri Harrin. Men sum loysnargjald fyri teir tvey hundrað og sjeyti og tríggjar frumburðir av Ísraelsmonnum, sum eru fleiri enn Levitarnir, skalt tú taka fimm siklar í silvuri fyri hvørt høvur; eftir halgidómsins virði skalt tú taka tað, tjúgu gerur í siklinum. Og silvurið skalt tú fáa Ároni og sonum hansara sum loysnargjald fyri teir, ið lupu av.» Móses tók tá silvurið av teimum, ið lupu av og ikki vóru loystir av Levitum. Av frumburðum Ísraelsmanna tók hann í silvuri eitt túsund og trý hundrað og seksti og fimm siklar eftir halgidómsins virði. Og Móses gav Ároni og sonum hansara loysnargjaldið eftir boði Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Tak millum Levi sona manntal av sonum Kehats eftir kyntáttum og ættum teirra, øllum vígførum frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, øllum, sum í einumhvørjum staði gera tænastu við samfundartjaldið. Við hetta skulu synir Kehats tæna í samfundartjaldinum – hitt háheilaga. Tá ið herurin flytur úr stað, skulu Áron og synir hans ganga inn og taka niður hitt innara fortjaldið og hylja vitnisburðarørkina við tí; og oman yvir tað skulu teir leggja áklæði av sækúgvaskinni og aftur oman yvir tað breiða klæði, sum alt er av bláum purpuri, og síðan seta stengurnar í. Á sýnisbreyðaborðið skulu teir breiða klæði av bláum purpuri og seta á køskir og kannur, offurbollar og droypioffurskálir og breyðini, sum altíð skulu vera á tí. Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og aftur oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og seta síðan stengurnar í. Síðan skulu teir taka av bláum purpuri og leggja yvir ljósastakan og lampur hans, ljósasaksar og skarpannur og øll oljuílát, sum nýtt verða við hann; og teir skulu sveipa hann og øll amboð hans í áklæði av sækúgvaskinni og leggja tað á børur; yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða klæði av bláum purpuri og aftur oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og síðan seta stengurnar í; og teir skulu taka øll amboð, sum nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, sveipa tey í klæði av bláum purpuri og oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og síðan leggja tað á børurnar. Framvegis skulu teir sópa øskuna av altarinum og breiða yvir tað klæði av reyðum purpuri og á tað leggja øll amboð tess, ið nýtt verða á tí við tænastuna, eldpannurnar, soðkrókarnar, eldspakarnar og offurbollarnar, øll amboð altarsins, og leggja yvir tað áklæði av sækúgvaskinni og síðan seta stengurnar í. Og tá ið Áron og synir hans hava lokið at breiða yvir halgidómin og øll amboð halgidómsins, og herurin flytur úr stað, tá skulu synir Kehats ganga fram og taka undir at bera; men teir mega ikki nema við halgidómin, til tess at teir skulu ikki týna lívið. Hetta er tað, sum synir Kehats hava at bera av samfundartjaldinum. Eleazar, sonur Árons prests, skal hava umsjón yvir oljuni til ljósastakan, hinum vælangandi roykilsinum, hinum dagliga grónofrinum, salvingaroljuni og umsjón yvir øllum tjaldtemplinum og yvir øllum lutum og øllum amboðum, sum í halgidóminum eru.» Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Latið ikki kyntættir Kehatsættar verða avoyddar millum Levitanna. Tí skulu tit gera hetta fyri teir, til tess at teir mega verða á lívi og ikki doyggja, tá ið teir nærkast tí háheilaga. Áron og synir hansara skulu koma og leggja teimum lag á, hvat teir eiga at gera, og hvussu teir skulu bera, til tess at teir ikki mega bera eyga við tað minsta sindur av halgidóminum, tí at annars týna teir lívið.» Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tak eisini manntal av sonum Gersjons eftir kyntáttum og ættum teirra; frá tríati ára gomlum og haðan eldri til fimmti ára aldurs, allar vígførar skalt tú kanna og skipa teimum tænastu við samfundartjaldið. Hetta er tænasta Gersjonita, tað, sum teir eiga at starva við og bera: Teir skulu bera tjalddúkar tjaldtempulsins, samfundartjaldið og tak tess og takið av sækúgvaskinnum, sum er oman á tí, og fortjaldið fyri durum samfundartjaldsins; og framvegis forgarðstjøldini og fortjaldið fyri inngongd forgarðsins, ið liggur kring um tjaldtemplið og altarið, tjaldreip og øll amboð, sum har verða nýtt; alt, sum er at gera við hetta, skulu teir gera. Eftir boði Árons og sona hans skulu Gersjonitarnir gera alla tænastu sína bæði viðvíkjandi tí, sum teir eiga at bera, og tí, sum teir eiga at starva við. Tit skulu fyriskipa teimum gjølla alt, sum teir eiga at bera. Hetta er tænastustarv ættargreinar Gersjonita við samfundartjaldið, og Ítámar, sonur Árons prests, skal hava umsjón við tænastu teirra. Synir Merari skalt tú kanna eftir kyntáttum og ættum teirra, allar vígførar frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs skalt tú kanna og skipa teimum tænastu við samfundartjaldið. Starv og øll tænasta teirra við samfundartjaldið skal vera at bera tiljuborð tjaldtempulsins, lokur tess, stólpar og undirstabbar teirra, og somuleiðis stólparnar kring forgarðin og undirstabbar teirra, tjaldhælir og reip og øll tey amboð, sum verða nýtt í starvinum við alt hetta. Tit skulu fyriskipa teimum gjølla alt, sum teir eiga at bera. Hetta er tað, sum ættargrein Merarita eigur at gera, øll tænasta teirra við samfundartjaldið undir umsjón Ítámars, sonar Árons prests.» Móses og Áron og høvdingar savnaðarins kannaðu nú Kehatitarnar eftir kyntáttum og ættum teirra, allar vígførar frá tríati ára aldri til fimmti ára aldurs og skipaðu teimum tænastu við samfundartjaldið. Og teir, ið vóru kannaðir av teimum, komu upp í tvey túsund, sjey hundrað og fimmti. Hesir vóru teir kannaðu av kyntáttum Kehats, allir, ið starvaðu við samfundartjaldið, og sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans við Mósesi. Og teir, ið kannaðir vóru av Gersjonitum eftir kyntáttum og ættum teirra, allir vígførir frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, ið fingu tænastu við samfundartjaldið, teir, ið kannaðir vóru av teimum eftir kyntáttum og ættum teirra, komu upp í tvey túsund og seks hundrað og tríati. Hesir vóru teir kannaðu av ættargreinum Gersjonita, allir, sum starvaðu við samfundartjaldið, og sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans. Teir, ið kannaðir vóru av ættargreinum Merarita eftir kyntáttum og ættum teirra, allir vígførir frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, ið tænastu fingu við samfundartjaldið, teir, ið kannaðir vóru av teimum eftir kyntáttum teirra, komu upp í trý túsund og tvey hundrað. Hesir vóru teir kannaðu av kyntáttum Meraritanna, sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans við Mósesi. Allir, ið kannaðir vóru, som Móses og Áron og høvdingar Ísraels kannaðu av Levitunum eftir kyntáttum og ættum teirra, allir vígførir frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, allir, ið fingu arbeiði og burðartænastu við samfundartjaldið, teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í átta túsund og fimm hundrað og áttati. Eftir boði Harrans við Mósesi varð hvørjum einstøkum teirra fyriskipað, hvat teir skuldu starva við, og hvat teir áttu at bera; teimum varð fyriskipað tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu koyra út úr herbúðunum allar líktráar menn og allar, sum hava útflot, og somuleiðis allar, sum eru vorðnir óreinir av líki, bæði kallar og konur, tit skulu reka teir burtur út um herbúðirnar, so at teir ikki gera herbúðir sínar óreinar, har sum eg búgvi mitt ímillum teirra.» Ísraelsmenn gjørdu nú soleiðis og róku teir burtur út um herbúðirnar; eins og Harrin hevði boðið Mósesi, soleiðis gjørdu Ísraelsmenn. Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn: Tá ið kallur ella kona gera einahvørja av teimum syndum, sum menn koma fyri at gera, og svíkja Harran, og hesin sami maður verður sekur, tá skal hann játta ta synd, sum hann hevur gjørt og bøta fyri sekt sína við fullum virði og rinda fimting í viðbót afturat og geva honum tað, ið hann hevur gjørt seg sekan ímóti. Men hevur hesin maður ongan eftirmálsmann eftir seg, sum hin seki kann greiða sekt sína til, tá skal sektin, sum skal verða greidd, hoyra Harranum til og verða givin presti umframt sáttargerðarveðrin, sum hann skal veita honum sáttargerð við. Allur avskurður av halgigávum teimum, ið Ísraelsmenn bera prestinum, skal lutast honum; tað, sum hvør einstakur halgar, skal vera hansara ogn; tað, sum hann gevur prestinum, skal lutast honum.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið kona gerst marglát og roynist ótrúgv móti manni sínum, við tað at annar maður hevur samlegu við hana, uttan at maður hennara veit av tí, og uttan at hon verður uppifjarað, tó at hon hevur gjørt seg óreina, og uttan at nakað vitni er ímóti henni, og hon hevur ikki verið gripin á bóli, men yvir hann kemur vandlætisandi, so at hann verður illur við konu sína, sum vissuliga hevur gjørt seg óreina, ella vandlætisandi kemur yvir hann, so at hann verður illur við konu sína, tó at hon ikki hevur gjørt seg óreina, tá skal tann maður leiða konu sína fyri prestin og hava við sum offurgávu fyri hana ein tíggjundapart úr efu av byggmjøli; hann má hvørki hella olju yvir tað ella leggja roykilsi oman á tað, tí at tað er vandlætisgrónoffur, áminningargrónoffur, ið minnir á misgerð; presturin skal taka hana og leiða hana fram fyri Harran; og síðan skal presturin taka heilagt vatn upp í leirker og taka eitt sindur av dusti av gólvi tjaldtempulsins og lata tað upp í vatnið; tínæst skal presturin leiða konuna fram fyri Harran, loysa hár hennara og fáa henni upp í hendurnar áminningargrónofrið, tað er vandlætisgrónofrið, men í egnu hond síni skal presturin hava bølbiðingarinnar beiska vatn. Og presturin skal leggja konuni dýrt við og siga við hana: Hevur eingin maður havt samlegu við teg, og hevur tú ikki gjørt teg óreina við leysalevnað í hjúnalagi tínum, tá skalt tú sleppa óskalað undan hesum bølbiðingarinnar beiska vatni. Men hevur tú verið ótrúgv í hjúnalagi tínum og gjørt teg óreina, við tað at einhvør annar enn maður tín hevur havt samlegu við teg – presturin letur nú konuna gera bølbiðingarinnar eið og sigur við hana – tá lati Harrin teg verða til bølbiðing og eið millum fólk títt og lati lendar tínar hjadna og kvið tín trútna, og komi hetta bølbiðingarinnar vatn niður í indur tíni, so at kviður tín trútnar og lendar tínar hjadna! Og konan skal svara: Amen! Amen! Síðan skal presturin rita hesar bølbiðingar í bók og skola tær niður í hitt beiska vatnið og geva konuni bølbiðingarinnar beiska vatn at drekka, so at bølbiðingarinnar vatn kemur niður í indur hennara og elvir beiskleika. Síðan skal presturin taka úr hond konunnar vandlætisgrónofrið, reiggja tí framman fyri Harranum og bera tað at altarinum, og av grónofrinum skal presturin taka fullan neva sum áminningaroffur tess og brenna tað á altarinum, og síðan skal hann geva konuni vatnið at drekka; og tá ið hann hevur latið hana drekka vatnið, so skal hetta bølbiðingarvatn, um hon hevur gjørt seg óreina við trúloysi í hjúnalagnum, við at koma niður í hana verða til beiskleika, so at kviður hennara trútnar, og lendar hennara hjadna, og konan skal verða til bølbiðing millum fólk sítt. Men hevur konan ikki gjørt seg óreina, og hon er rein, tá skal tað ikki saka hana, og hon skal kunna fáa børn.» Hetta er lógin um vandlætisstríð, tá ið kona hevur verið ótrúgv í hjúnalag og gjørt seg óreina, ella vandlætisandi kemur yvir mann, og hann verður illur við konu sína, tá skal hann leiða konuna fram fyri Harran, og presturin skal fara við henni, eftir øllum, ið stendur í hesi lóg. Maðurin skal vera ósekur, men konan skal bera sekt sína.
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið kallur ella kona streingja Nasirearaheiti til tess at halga seg Harranum, tá skal hann halda seg frá víni og mjøði; hann má ikki drekka nakað súrt, sum tilreitt er av víni ella mjøði, og yvirhøvur ikki drekka nakran vínberjaløg og hvørki eta nýggj ella turkað vínber. Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, má hann einki eta, sum tilreitt er av vínberjatrænum, hann má hvørki eta staðin ella óstaðin vínber. Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, má hann ikki lata rakiknív koma á høvur sítt; til teir dagar eru at enda, sum hann hevur halgað seg Harranum, skal hann vera heilagur og lata hárið á høvdi sínum vaksa sítt. Í alla ta tíð, sum hann hevur halgað seg Harranum, má hann heldur ikki koma nær nøkrum líki; um tað so er faðir hans ella móðir, bróðir ella systir hans, ið deyð eru, skal hann ikki gera seg óreinan við teimum, tí at halgan Guðs er á høvdi hans. Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, er hann halgaður Harranum. Men doyr nakar óvart og brádliga hjá honum, so at halgaða høvur hansara soleiðis verður óreint, tá skal hann raka høvur sítt sama dag, sum hann verður reinur aftur, sjeynda dagin skal hann raka tað; og áttanda dagin skal hann bera prestinum tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar at durum samfundartjaldsins. Aðra skal presturin ofra sum syndaoffur og hina sum brennioffur og veita honum sáttargerð fyri ta synd, at hann er komin aftur at líki. Sama dagin skal hann aftur halga seg, og hann skal aftur víga seg Harranum so leingi, sum Nasirearaheitið átti at vara, og frambera veturgamalt lamb sum sektaroffur; men hin farna tíðin skal ikki verða viðroknað, tí at hann hevði óreinskað vígda høvur sítt. Hetta er lógin um Nasirearan: Tá ið vígslutíð hansara er at enda, skal hann verða leiddur at durum samfundartjaldsins, og hann skal frambera Harranum offurgávu sína: eitt veturgamalt, lýtaleyst veðurlamb sum brennioffur og eitt veturgamalt, lýtaleyst gimburlamb sum syndaoffur og ein lýtaleysan veðr sum takkaroffur, eina tægu við ósúrgaðum breyðum úr fínum mjøli, køkur blandaðar við olju, og ósúrgaðar flatkøkur smurdar við olju saman við grónofrinum og droypiofrinum. Síðan skal presturin bera tað fram fyri Harran og ofra syndaoffur og brennioffur hans, og veðrin skal hann ofra Harranum sum takkaroffur saman við teimum ósúrgaðu breyðunum í tæguni; síðan skal presturin ofra grónoffur og droypioffur hans. Tá skal Nasirearin raka høvur sítt við dyr samfundartjaldsins og taka vígda høvuðhár sítt og leggja tað í eldin undir takkarofrinum, og presturin skal taka sodna bógvin av veðrinum og eina ósúrgaða køku úr tæguni og eina ósúrgaða flatkøku og fáa Nasirearanum tað upp í hendur, eftir at hann hevur rakað vígda høvur sítt; og presturin skal reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tað skal hoyra presti til sum halgigáva umframt reiggibringuna og offuravskurðartjógvið. Eftir tað má Nasirearin drekka vín. Hetta er lógin um Nasirearan, sum streingir heiti, um offurgávu hansara til Harrans vegna vígslu sína, umframt tað, sum hann annars er førur fyri; samsvarandi tí heiti, sum hann hevur strongt, skal hann gera eftir lógini um vígslu sína.» Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Árons og sona hans og sig: Við hesum orðum skulu tit vælsigna Ísraelsmenn: Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið! Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir.»
Tá ið Móses var liðugur at seta upp tjaldtemplið og hevði salvað og halgað tað og øll amboð og salvað og halgað altarið og øll amboð tess, tá gingu høvdingar Ísraels fram, teir, ið vóru oddamenn fyri ættarbólkunum, ættarhøvdingarnir, sum høvdu skipað fyri teljingini; og teir bóru offurgávur sínar fram fyri Harran, seks vagnar við tjaldi og tólv neyt, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og eitt neyt fyri hvønn teirra; og teir leiddu hetta fram at tjaldtemplinum. Tá segði Harrin við Móses: «Tak við hesum av teimum og lat tað verða nýtt til tænastugerðar við samfundartjaldið og gev Levitunum tað eftir starvi teirra!» Móses tók tá vagnarnar og neytini og gav Levitunum tað; tveir vagnar og fýra neyt gav hann Gersjons sonum eftir starvi teirra; og fýra vagnar og átta neyt fekk hann Merari sonum eftir starvi teirra undir umsjón Ítámars, sonar Árons prests. Men Kehats sonum gav hann einki, tí at teir halgilutir, ið teir høvdu undir umsjón, kundu teir bera á herðum sínum. Síðan komu høvdingarnir við offurbollunum til vígslu altarsins tann dagin, tá ið tað varð salvað, og høvdingarnir bóru offurgávur sínar fram at altarinum. Tá segði Harrin við Móses: «Lat høvdingarnar koma hvønn sín dag við offurgávu síni til vígslu altarsins.» Tann, ið fyrsta dagin kom við offurgávu síni, var Náhsjon Amminadabsson av Júdaætt; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið vá eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði tvey full av fínum mjøli, blandaðum við olju til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur, ein veturgamal seyður til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Náhsjons Amminadabssonar. Annan dagin kom Netánel Zuarsson, høvdingi Issakars, við gávu síni. Hann frambar sum offurgávu sína silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolla úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, eina bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi, ein ungan tarv, ein veðr og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Netánels Zuarssonar. Triðja dagin kom høvdingi Zebulons sona, Eliab Helonsson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eliabs Helonssonar. Fjórða dagin kom høvdingi Rubens sona, Elizur Sjedeursson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elizurs Sjedeurssonar. Fimta dagin kom høvdingi Símeons sona, Sjelumiel Zurisjaddaison; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Sjelumiels Zurisjaddaisonar. Sætta dagin kom høvdingi Gáds sona, Eljasaf Deuelsson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, og ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eljasafs Deuelssonar. Sjeynda dagin kom høvdingi Efraims sona, Elisjáma Ammihudsson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, og ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elisjáma Ammihudssonar. Áttanda dagin kom høvdingi Manasse sona, Gamliel Pedazursson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, og ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Gamliels Pedazurssonar. Níggjunda dagin kom høvdingi Benjamins sona, Ábidan Gideónison; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Ábidans Gideónisonar. Tíggjunda dagin kom høvdingi Dáns sona, Áhiezer Ammisjaddaison; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, og ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhiezers Ammisjaddaisonar. Ellivta dagin kom høvdingi Ásjers sona, Págiel Okransson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Págiels Okranssonar. Tólvta dagin kom høvdingi Naftali sona, Áhira Enansson; offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, og ein geitarhavur til syndaoffurs, til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhira Enanssonar. Hesar vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til vígslu altarsins, tann dagin tað varð salvað; tólv silvurkøskir, tólv offurbollar úr silvuri og tólv bollaskálir úr gulli; hvør silvurkøskin vá eitt hundrað og tríati siklar, og hvør offurbollin sjeyti siklar, øll silvurílátini vógu tvey túsund og fýra hundrað siklar eftir halgidómsins virði, tólv bollaskálir úr gulli, fullar av roykilsi, hvør bollaskálin tíggju siklar eftir halgidómsins virði, allar bollaskálirnar tilsamans eitt hundrað og tjúgu siklar í gulli. Øll stórdýrini til brennioffurs vóru tólv tarvar umframt tólv veðrar og tólv veturgomul lomb saman við grónofrum teirra og tólv havrar til syndaoffurs. Øll stórdýrini til takkaroffurs vóru tjúgu og fýra tarvar umframt seksti veðrar og seksti veturgomul lomb. Hesar vóru gávurnar til vígslu altarsins, eftir at tað var salvað. Tá ið Móses gekk inn í samfundartjaldið at tala við Harran, hoyrdi hann røddina tala til sín oman av sáttarlokinum, sum er yvir vitnisburðarørkini, frá staðinum millum báðar kerúbarnar; haðan talaði hann við hann.
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Árons og sig við hann: Tá ið tú setir upp lampurnar, skal tað vera soleiðis, at tær allar sjey lýsa upp rúmið fyri framman ljósastakan.» Áron gjørdi soleiðis og setti lampurnar upp á ljósastakan soleiðis, at tær horvdu fram eftir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Men ljósastakin var av einlistum gjørdur úr gulli, bæði fótur hans og blómur; samsvarandi teirri fyrimynd, ið Harrin hevði sýnt Mósesi, soleiðis gjørdi hann ljósastakan. Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Skil Levitarnar burtur úr Ísraelsmonnum og reinsa teir! Og soleiðis skalt tú bera teg at, tá ið tú reinsar teir: Tú skalt støkkja reinsanarvatn á teir og lata teir fara um alt likam sítt við rakiknívinum og tváa klæði síni og soleiðis reinsa seg. Síðan skulu teir taka ungan tarv til brennioffurs og aftur við tí grónoffur av fínum mjøli, blandaðum við olju, og tú skalt taka annan ungan tarv til syndaoffurs og leiða so Levitarnar fram at samfundartjaldinum og kalla saman allan savnað Ísraelsmanna. Og tá ið tú hevur leitt Levitarnar fram fyri Harran, skulu Ísraelsmenn leggja hendur sínar yvir Levitarnar. Og Áron skal reiggja Levitunum frammi fyri Harranum sum reiggioffur frá Ísraelsmonnum, síðan skal starv teirra vera at gera tænastu Harrans. Nú skulu Levitarnir leggja hendur sínar á høvur tarvanna, og síðan skalt tú ofra Harranum annan sum syndaoffur og hin sum brennioffur til tess at veita Levitunum sáttargerð. Tínæst skalt tú leiða Levitarnar fram fyri Áron og synir hans og reiggja teimum sum reiggioffur frammi fyri Harranum. Soleiðis skalt tú skilja Levitarnar frá Ísraelsmonnum, til tess at teir skulu hoyra mær til. Síðan skulu teir koma og gera tænastu við samfundartjaldið, tá ið tú hevur reinsað teir og reiggjað teimum, tí at teir eru fingnir mær sum gáva av Ísraelsmonnum; í staðin fyri alt tað, ið opnar móðurlív, í staðin fyri allar frumburðir Ísraelsmanna havi eg tikið teir til at vera ogn mína. Tí at mær hoyra allir frumburðir hjá Ísraelsmonnum til, hvørt tað er maður ella fenaður; hin dagin eg sló allar frumburðir Egyptalands, tá halgaði eg mær teir. Og eg tók Levitarnar í staðin fyri allar frumburðir Ísraelsmanna og gav Ároni og sonum hansara teir sum gávu frá Ísraelsmonnum, til tess at teir skulu gera tænastu við samfundartjaldið fyri Ísraelsmenn og veita teimum sáttargerð, annars kundi ógæva komið yvir Ísraelsmenn, um teir sjálvir skuldu nærkast halgidóminum.» Móses og Áron og allur savnaður Ísraelsmanna gjørdu nú soleiðis við Levitarnar; og Ísraelsmenn gjørdu við Levitarnar samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi um teir. Og Levitarnir lótu seg reinsa frá synd og tváaðu klæði síni, og Áron reiggjaði teimum sum reiggioffur fyri Harranum og veitti teimum sáttargerð, so at teir vórðu reinir. Síðan komu Levitarnir til tess at gera tænastu við samfundartjaldið fyri ásjón Árons og fyri ásjón sona hans; eins og Harrin hevði boðið Mósesi um Levitarnar, soleiðis gjørdu teir við teir. Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Hetta er lógin um Levitarnar: Frá tí teir eru tjúgu og fimm ára gamlir og eldri, skulu teir koma í hertænastu; til tess at starva við samfundartjaldið; men tá ið teir eru yvir fimmti ára gamlir, skulu teir fara úr hertænastuni og ikki starva longur; teir mega dugna brøðrum sínum hond við tí, sum er at gera í samfundartjaldinum; men sjálvir mega teir ikki gera tænastu longur. Soleiðis skalt tú bera teg at við Levitunum í øllum, sum teir eiga at hava í varðveitslu.»
Í fyrsta mánaði annað árið eftir, at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, talaði Harrin við Móses í Sinai oyðimørk og segði: «Ísraelsmenn skulu halda páskir ta ásettu tíðina; fjúrtanda dagin í hesum mánaði um sólsetur skulu tit halda tær ta ásettu tíðina; samsvarandi øllum fyriskipanum og lógum um tær skulu tit halda tær.» Tá talaði Móses til Ísraelsmanna um, at teir skuldu halda páskirnar. Og teir hildu páskirnar fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar um sólsetur í Sinai oyðimørk. Ísraelsmenn gjørdu samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi. Men har vóru nakrir menn, ið vóru óreinir av líki og tessvegna ikki máttu halda páskir henda sama dag; teir gingu nú fram fyri Móses og Áron og søgdu við teir: «Vit eru vorðnir óreinir av líki; hví skal okkum vera forðað at frambera offurgávu Harrans ta ásettu tíðina saman við Ísraelsmonnum?» Móses svaraði teimum: «Bíðið her, til eg havi hoyrt, hvat Harrin býður viðvíkjandi tykkum.» Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið einhvør tykkara millum ella eftirkomarar tykkara eru vorðnir óreinir av líki ella eru á langferð, tá skal hann kortini halda páskir fyri Harranum. Á fjúrtanda degi í øðrum mánaði um sólsetur skulu teir halda tær; aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu teir eta páskalambið. Teir mega ikki leiva nakað av tí til morgunin eftir og einki bein bróta í tí, men halda páskirnar í øllum, eins og fyriskipað er um tær. Men hvør, sum er reinur og ikki er á ferð og kortini ikki leggur í at halda páskir, hann skal oyddur verða úr tjóð síni, av tí at hann ikki hevur framborið offurgávu Harrans ta ásettu tíðina; tann maður skal bera synd sína. Og tá ið útlendskur maður, sum býr hjá tykkum, vil halda páskir fyri Harranum, skal hann halda tær eftir páskalógini og fyriskipanum um tær; sama skipan skal vera hjá tykkum, bæði fyri hin útlendska og hin innborna.» Tann dagin, tá ið tjaldtemplið varð reist, huldi skýggið tjaldtemplið, vitnisburðartjaldið, og um kvøldið kom yvir tjaldtemplið eins og eldglæma, ið lá yvir tí til morguns; og so var altíð: Skýggið huldi tað um dagin og eldglæman um náttina. Og hvørja ferð skýggið hevjaðist upp frá tjaldinum, fóru Ísraelsmenn avstað, og á tí staði, har skýggið aftur tók støðu, har settu Ísraelsmenn herbúðir sínar. Eftir boði Harrans fluttu Ísraelsmenn úr stað, og eftir boði Harrans settu teir herbúðir sínar; alla ta tíð, sum skýggið var yvir tjaldtemplinum, hildu teir seg kvirrar í herbúðunum. Og um skýggið lá mangar dagar yvir tjaldtemplinum, gjørdu Ísraelsmenn, eins og Harrin hevði fyriskipað, og fluttu ikki úr stað. Við hvørt var skýggið einans fáar dagar yvir tjaldtemplinum; tá hildu teir seg kvirrar í herbúðunum eftir boði Harrans, og eftir boði Harrans fluttu teir úr stað. Við hvørt var skýggið frá kvøldi til morguns; og tá ið skýggið um morgunin hevjaðist uppfrá, fluttu teir úr stað; ella skýggið var ein dag og eina nátt; tá ið tað tá hevjaðist uppfrá, fluttu teir úr stað. Ella at skýggið var einar tveir dagar ella ein mánað ella longri tíð yvir tjaldtemplinum, tá hildu Ísraelsmenn seg kvirrar í tjaldbúðunum og fluttu ikki úr stað; men tá ið tað hevjaðist uppfrá, tá fluttu teir úr stað. Eftir boði Harrans settu teir herbúðir sínar, og eftir boði Harrans fluttu teir úr stað; tað, sum Harrin hevði fyriskipað, hildu teir eftir boði Harrans við Mósesi.
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Ger tær tveir lúðrar úr silvuri; av einlistum skalt tú gera teir. Tú skalt hava teir til at kalla savnaðin saman; tá ið herurin skal flyta úr stað. Tá ið blást verður í báðar, skal allur savnaðurin savnast um teg fyri durum samfundartjaldsins, men verður einans blást í annan, tá skulu høvdingarnir, oddamenn hjá Ísraels túsundum, savnast um teg. Tá ið tit blása hvølt, skal herurin, sum tjaldar eystantil, flyta úr stað; og tá ið tit blása hvølt á øðrum sinni, skal herurin, sum tjaldar sunnarumegin, flyta úr stað; á triðja sinni skal herurin, sum tjaldar vestantil, flyta úr stað og á fjórða sinni herurin, sum tjaldar norðarumegin; blást skal verða hvølt, tá ið farið verður úr stað. Men tá ið savnaðurin verður samankallaður, skulu tit blása í lúðrarnar, men ikki hvølt. Synir Árons, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum, ættarlið eftir ættarlið. Og tá ið tit fara í bardaga móti fíggindum, ið herja á tykkum í landi tykkara, og tit blása hvølt í lúðrarnar, tá skal Harrin, Guð tykkara, minnast tykkum, og tit verða bjargaðir undan fíggindum tykkara. Á gleðidøgum og hátíðardøgum tykkara og við mánaðarbyrjan skulu tit blása í lúðrarnar við brennioffur og takkaroffur tykkara; tað skal verða tykkum til áminningar frammi fyri ásjón Guðs tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara.» Á tjúgunda degi í øðrum mánaði í øðrum ári hevjaðist skýggið upp frá vitnisburðartjaldtemplinum; tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinai oyðimørk og hildu fram í dagsferðum, og skýggið tók støðu í Páran oyðimørk. Tá ið teir nú á fyrsta sinni fóru úr stað eftir boði Harrans við Mósesi, vóru Júda synir teir fyrstu, sum undir merki sínum fóru úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Náhsjon Amminadabsson. Fyri heri ættar Issakars sona var Netánel Zuarsson, fyri heri ættar Zebulons sona var Eliab Helonsson. Og tá ið tjaldtemplið var tikið niður, fóru synir Gersjons og synir Merari avstað; teir áttu at bera tjaldtemplið. Síðan fór herur Rubenitanna undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elizur Sjedeursson; fyri heri ættar Símeons sona var Sjelumiel Zurisjaddaison; fyri heri ættar Gáds sona var Eljasaf Deuelsson. Síðan fóru Kehatitar úr stað; teir bóru halgilutirnar, og áður enn teir vóru fram komnir, høvdu hinir reist tjaldtemplið. Og herur Efraims sona fór undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elisjáma Ammihudsson; og fyri heri ættar Manasse sona var Gamliel Pedazursson; fyri heri ættar Benjamins sona var Ábidan Gideónison. Síðan fór herur Dáns sona úr stað undir merki sínum aftastur av øllum herum eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Áhiezer Ammisjaddaison; fyri heri ættar Ásjers sona var Págiel Okransson; fyri heri ættar Naftali sona var Áhira Enansson. Hetta var raðskipan Ísraelsmanna eftir herfjøldum teirra, tá ið teir fóru úr stað. Tá segði Móses við Midianitan Hóbab Reuelsson, verfaðir Mósesar: «Vit halda nú ferðini móti tí staði, sum Harrin hevur heitt at geva okkum; kom nú við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí Harrin hevur nógv gott í hyggju við Ísrael.» Men hann svaraði honum: «Eg komi ikki við, eg fari heim í land mítt til ættarfólk mítt.» Tá segði hann við hann: «Nei, tú mást ikki fara frá okkum, tí tú veitst, hvar vit mega tjalda í oyðimørkini; tú skalt vera okkum eins og eyga. Kemur tú við okkum, skalt tú fáa lut í øllum tí góða, sum Harrin vil lata okkum vera fyri.» Teir hildu nú frá fjalli Harrans tríggjar dagsleiðir fram, meðan sáttmálaørk Harrans fór undan teimum til tess at finna teimum hvíldarstað. Men skýggj Harrans var yvir teimum um dagin, tá ið teir fóru avstað úr herbúðunum. Og hvørja ferð ørkin flutti úr stað, segði Móses: «Rís upp, Harri, so at fíggindar tínir spjaðast, og øvundarmenn tínir flýggja fyri tær!» Og hvørja ferð hon tók støðu, segði hann: «Kom aftur, Harri, til Ísraels tíggjutúsunda!»
Men fólkið tók at meyla inn á Harran um, at teir høvdu tað so ringt; tá ið Harrin hoyrdi tað, tók vreiði hans at brenna teirra millum, og eldur frá Harranum fór oyðandi um útjaðarar herbúðanna. Tá rópaði fólkið til Mósesar, og Móses bað til Harrans; tá sloknaði eldurin. Tí varð tann staður nevndur Tábera, av tí at har hevði eldur frá Harranum brent millum teirra. Tá ið teir fremmandu, sum sløddust uppi í teimum, fylktust av matgirnd, tá tóku eisini Ísraelsmenn aftur at kvarta og søgdu: «Hvør gevur okkum nú kjøt at eta? Vit minnast fiskarnar, sum vit ótu fyri einki í Egyptalandi, águrkurnar, vatnmelónirnar, grasleykirnar, reyðleykirnar og hvítleykirnar! Og nú ørmaktast vit! Her er einki annað at síggja uttan hetta manna!» Men manna var eins og koriandurfræ og at útliti sum bdellium. Fólkið reikaði um og hentaði tað; síðan mólu tey tað á hondkvørn ella stoyttu tað í mortara, sjóðaðu tað í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði eins og oljubreyð. Tá ið døgg fell um náttina yvir herbúðirnar, tá fell eisini manna niður við henni. Og Móses hoyrdi, hvussu menn av øllum ættum fólksins kvartaðu, hvør fyri tjalddurum sínum; tá tendraðist vreiði Harrans, og eisini Mósesi líkaði tað illa. Og Móses segði við Harran: «Hví hevur tú farið so illa við tænara tínum, og hví havi eg ikki funnið náði fyri eygum tínum, at tú skuldi lata meg bera alt strevið við hesum fólki? Man eg hava gitið alt hetta nógva fólk ella borið tað í heim, at tú skuldi bjóða mær at bera tað í føvningi mínum inn í tað land, sum tú svórt fedrum tess, eins og barnfostra ber bróstabarnið? Hvaðan skal eg fáa kjøt at geva øllum hesum fólki? Tí at teir meyla inn á meg og siga grátandi: Gev okkum kjøt at eta! Eg fái ikki einsamallur borið alt hetta fólk, tí at tað er mær ov tungt. Men ætlar tú at fara soleiðis við mær, tá drep meg heldur við tað sama, um eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so at eg sleppi undan at síggja hesa ógævu!» Tá segði Harrin við Móses: «Savna mær saman sjeyti mans av Ísraels elstu, av teimum, sum tú veitst eru fólksins elstu og tilsjónarmenn tess, tak teir at samfundartjaldinum og lat teir taka støðu har saman við tær! Tá vil eg stíga oman og tala við teg har, og eg vil taka av anda tí, sum er yvir tær, og lata hann koma yvir teir, til tess at teir mega taka undir við tær at bera fólkið, so at tú ikki bert tað einsamallur. Men við fólkið skalt tú siga: Halgið tykkum til morgins, tá skulu tit fáa kjøt at eta, tí at tit hava meylað inn á Harran grátandi og sagt: Hvør gevur okkum kjøt at eta? Betri var okkum í Egyptalandi! Tí skal Harrin geva tykkum kjøt at eta – og tað ikki bert ein dag ella tveir ella fimm ella tíggju dagar ella tjúgu, men heilan mánað, til tað fer tykkum út av nasunum, og tykkum stendst við tað, av tí at tit hava havnað Harranum, sum er tykkara millum, og kvartað og grátandi fyri honum sagt: «Hví fóru vit nakrantíð út úr Egyptalandi!» Móses svaraði: «Seks hundrað túsund mans til gongu er tað fólk, sum eg eri við, og tú sigur, at tú vilt geva teimum kjøt at eta í heilan mánað! Kunnu smalur og stórdýr slátrast til teirra, so at teir fáa nóg mikið? Ella kann allur fiskur havsins savnast saman til teirra, so at teir fáa nóg mikið?» Tá svaraði Harrin Mósesi: «Er armur Harrans styttur? Nú skalt tú fáa at síggja, um tað, sum eg havi sagt, verður tær fyri ella ikki.» Móses gekk tá út og kunngjørdi fólkinum orð Harrans; síðan savnaði hann saman sjeyti mans av fólksins elstu og læt teir skipa seg kring um tjaldið. Tá steig Harrin oman í skýgginum og talaði til hansara; og hann tók av andanum, sum var yvir honum, og læt hann koma yvir hinar sjeyti elstu, og so skjótt sum andin var komin yvir teir, profeteraðu teir, men síðan ongantíð aftur. Tveir menn høvdu verið eftir í herbúðunum, annar teirra æt Eldad og hin Medad; eisini yvir teir kom andin; tí at teir vóru millum teirra uppritaðu, men høvdu ikki verið úti við tjaldið; teir profeteraðu nú í herbúðunum. Tá kom ungur maður rennandi og segði Mósesi frá og mælti: «Eldad og Medad eru farnir at profetera í herbúðunum.» Jósva Nunsson, sum hevði tænt Mósesi frá ungum árum, svaraði og segði: «Móses, harri mín, sýt teimum hetta!» Men Móses svaraði honum: «Ert tú øvundsjúkur mín vegna? Eg vildi, at alt fólk Harrans var profetar, og at hann læt anda sín koma yvir teir!» Síðan fór Móses aftur í herbúðirnar, hann og Ísraels elstu. Tá tók at blása stormur frá Harranum, sum flutti lynghøsn innan úr havi og varpaði teimum inn yvir herbúðirnar eina dagsferð í allar ættir kring um herbúðirnar og einar tvær alnir upp frá jørðini. Og fólkið fór allan dagin og alla náttina og allan dagin eftir út at savna saman lynghøsn. Tann, ið minst savnaði, savnaði tíggju homer; og tey breiddu tey út til turkingar kring um herbúðirnar. Men meðan kjøtið enn var undir tonnum teirra, áður enn tað var tugt, tók bræði Harrans at brenna móti fólkinum, og Harrin læt verða mikið mannfall teirra millum. Hesin staður var tí nevndur Kibrot-Hattava, tí at har jarðaðu teir fólkið, sum fyltist av marglæti. Frá Kibrot-Hattava helt fólkið avstað til Házerot, og har steðgaðu teir.
Tá mæltu Mirjam og Áron ímót Mósesi vegna hinnar blálendsku konu, sum hann hevði tikið sær – tí at hann hevði tikið sær blálendska konu – og tey søgdu: «Man Harrin einans tala við Móses? Hevur hann ikki talað við okkum eisini?» Og Harrin hoyrdi tað. Men maðurin Móses var sera tolin, ja, tolnari enn allir menn á jørð. Í sama viðfangi segði Harrin við Móses og Áron og Mirjam: «Farið øll trý út at samfundartjaldinum!» Og tey fóru hagar øll trý. Tá steig Harrin oman í skýstólpanum og tók støðu fyri durum tjaldsins; hann kallaði á Áron og Mirjam, og tey gingu bæði út hagar. Tá segði hann: «Hoyrið orð míni: Er einhvør profetur tykkara millum, tá birtist eg fyri honum í sjónum, ella eg tali við hann í dreymum. Øðrvísi er við tænara mínum Mósesi, hann er trúsagdur í øllum húsi mínum; við hann tali eg munni til muns, ikki í sjónum ella gátum, og hann skoðar mynd Harrans. Hví firnaðust tit tá ikki fyri at mæla orðum móti tænara mínum Mósesi?» Tá læt Harrin vreiði sína loga móti teimum og fór burtur. Men tá ið skýggið var farið upp frá tjaldinum, sí, tá var Mirjam hvít sum kavi av líktrá, og tá ið Áron leit at henni, sá hann, at hon var líktrá. Tá segði Áron við Móses: «Á, harri, lat okkum ikki gjalda tess, at vit bóru okkum býttisliga at og syndaðu! Lat hana tó ikki verða sum andleyst føtt barn, hvørs hold er hálvavegna rotnað, tá ið tað kemur úr móðurlívi!» Móses rópaði tá til Harrans og segði: «Á, Guð, tú mást gera hana heila aftur!» Men Harrin svaraði Mósesi: «Um faðir hennara hevði spýtt í andlitið á henni, átti hon tá ikki at sitið við skomm síni í sjey dagar? Tí skal hon í sjey dagar sita innibyrgd fyri uttan herbúðirnar; síðan má hon verða inn aftur tikin.» Síðan varð Mirjam innibyrgd í sjey dagar fyri uttan herbúðirnar, og fólkið flutti ikki úr stað, fyrr enn Mirjam var inn aftur tikin. Eftir hetta helt fólkið avstað úr Házerot, og teir settu herbúðir sínar í Páran oyðimørk.
Tá tók allur savnaðurin undir at rópa, og tey grótu ta náttina. Og allir Ísraelsmenn meylaðu inn á Móses og Áron; og allur savnaðurin segði við teir: «Gævi vit vóru deyðir í Egyptalandi ella her í oyðimørkini! Hví skal Harrin føra okkum inn í hetta land, so at vit skulu falla fyri svørði, og konur og børn okkara verða herfongur? Man tað ikki vera best fyri okkum at snúgva aftur til Egyptalands?» Og teir søgdu hvør við annan: «Kjósum okkum oddamenn og snúgvum okkum aftur til Egyptalands.» Tá fullu Móses og Áron fram á ásjónir sínar fyri øllum teimum av savnaði Ísraelsmanna, sum har vóru samankomnir. Men Jósva Nunsson og Káleb Jefunneson, sum høvdu verið við at kanna landið, skræddu klæði síni og søgdu við allan savnað Ísraelsmanna: «Landið, sum vit fóru ígjøgnum til tess at kanna tað, er frálíkasta land! Um Harranum tykir tokka í okkum, man hann føra okkum inn í hetta land og geva okkum tað, hetta land, sum flýtur í mjólk og hunangi! Rísið einans ikki upp móti Harranum og óttist ikki fólkið í landinum, tí at tað skal verða føðsla hjá tykkum; vørn teirra er vikin frá teimum; men við okkum er Harrin; óttist ikki!» Allur savnaðurin ráddist longu um at grýta teir til bana; men dýrd Harrans birtist øllum Ísraelsmonnum við samfundartjaldið. Og Harrin segði við Móses: «Hvussu leingi vil hetta fólk vanvirða meg, og hvussu leingi vilja teir vantrúgva mær hóast øll tey tekin, sum eg havi gjørt teirra millum? Eg vil sláa teir við drepsótt og beina fyri teimum, men teg vil eg gera at tjóð, størri og máttmiklari enn hetta fólk!» Men Móses segði við Harran: «Egyptar hava hoyrt, at tú við mátti tínum hevur leitt hetta fólk burtur frá teimum, og somuleiðis hava allir íbúgvar í hesum landi frætt, at tú ert hjá hesum fólki, og at tú, Harri, birtist teimum sjónliga, við at skýggj títt stendur yvir teimum, og at tú gongur undan teimum í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina. Drepur tú nú hetta fólk, alt sum tað er, tá munnu tær tjóðir, sum hava hoyrt tíðindi um teg, fara at siga: Av tí at Harrin ikki var førur fyri at leiða hetta fólk inn í tað land, sum hann hevði svorið teimum, slátraði hann tað niður í oyðimørkini. Lat tí, Harri, nú mátt tín gerast kunnan, eins og tú heitti, tá ið tú segði: Harrin er tolinmóður og miskunnsamur og fyrigevur misgerðir og brot, men sigur tó ikki hin seka ósekan, hann letur misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið. Fyrigev tí hesum fólki nú misgerð tess eftir tíni miklu miskunn, eins og tú hevur fyrigivið teimum alla leiðina úr Egyptalandi og higar.» Tá segði Harrin: «Eftir tínum orði vil eg fyrigeva. Men so vissuliga sum eg livi, og øll jørðin er full av dýrd Harrans: Allir teir menn, ið sæð hava dýrd mína og tey tekin, sum eg gjørdi í Egyptalandi og oyðimørkini og kortini hava freistað meg nú tíggju ferðir og ikki lýtt rødd míni, teir skulu á ongum sinni síggja tað land, sum eg tilsvór fedrum teirra; og eingin teirra, sum vanvirdi meg, skal síggja tað! Einans tænara mín Káleb vil eg leiða inn í tað landið, sum hann kom til, og lata tað ognast eftirkomarum hans, fyri at hann hevði annan anda og fylgdi mær trúliga. (Men Ámalekitar og Kánáanitar búgva á láglandinum). Snúgvið tí aftur og haldið ferðini gjøgnum oyðimørkina til Reyðahavs!» Harrin talaði framvegis við Móses og Áron og segði: «Hvussu leingi skal eg umbera henda ónda savnaðin, sum meylar ímóti mær? Eg havi hoyrt meylan Ísraelsmanna, hoyrt, hvussu teir meyla ímóti mær! Sig við teir: So satt sum eg livi – sigur Harrin: Eins og tit hava júkað inn í oyruni á mær, soleiðis vil eg eisini fara við tykkum! Her í oyðimørkini skulu tit deyðir lúta, allir tit, ið kannaðir vórðu, tað fulla talið av tykkum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir tit, sum meylaðu móti mær. Á ongum sinni skulu tit koma inn í tað landið, sum eg svór at geva tykkum til bústaðar, uttan Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson! Men børn tykkara, sum tit hugsaðu mundu fara at verða herfongur, tey vil eg flyta og lata tey fáa tað landið, sum tit havnaðu. Men sjálvir skulu tit lúta deyðir í hesi oyðimørk; og børn tykkara skulu reika í fjøruti ár í oyðimørkini og bøta fyri trúloysi tykkara, til tit allir liggja deyðir í oyðimørkini. Eins og tit vóru fjøruti dagar um at kanna landið, soleiðis skulu tit í fjøruti ár bøta fyri misgerðir tykkara, eitt ár fyri hvønn dag, og fáa at royna mistokka mín! Eg, Harrin, havi sagt tað, og soleiðis skal eg vissuliga bera meg at móti øllum hesum vánda savnaði, sum hevur tyrpt seg saman móti mær. Í hesi oyðimørk skulu teir farast, her skulu teir týna lívið!» Og teir menn, sum Móses hevði sent at kanna landið, og sum komu aftur og fingu allan savnaðin til at meyla móti honum við at loypa landið út í ringt orð – teir menn, sum høvdu loypt landið út í ringt orð, fingu bráðan bana fyri ásjón Harrans. Einans Jósva Nunsson og Káleb Jefunneson livdu eftir av teimum monnum, sum høvdu verið við til at kanna landið. Tá ið Móses hevði borið hesi orð upp fyri øllum Ísraelsmonnum, syrgdi fólkið sáran, og snimma morgunin eftir fóru teir dygst niðan á fjallaásin og mæltu: «Sí, nú viljum vær fara niðan á tann stað, sum Harrin talaði um, tí at vær høvum syndað!» Men tá segði Móses: «Hví vilja tit bróta boð Harrans? Tað man ikki fara at eydnast væl. Farið ikki niðan hagar, tí at Harrin er ikki við tykkum; tit fáa ósigur av fíggindum tykkara! Har koma tit fram á Ámalekitar og Kánáanitar, og tit skulu falla fyri svørði; av tí at tit eru viknir frá Harranum, er Harrin ikki við tykkum!» Kortini fóru teir í dramblæti sínum dygst niðan á fjallaásin. Men hvørki sáttmálaørk Harrans ella Móses fór úr herbúðunum. Tá komu Ámalekitar og Kánáanitar, sum búðu har í fjallalandinum, oman; teir vunnu sigur á teimum og spjaddu teir sundur alla leið til Horma.
Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í tað land, sum eg vil geva tykkum at búgva í, og tit vilja ofra Harranum eldoffur, hvørt tað er brennioffur ella sláturoffur, til tess at evna eitt heiti ella eitt sjálvboðið offur ella í tilevni av hátíðum tykkara til tess at gera Harranum vælangandi royk av stórdýrum ella smalum, tá skal tann, ið framber Harranum offurgávu sína, eisini sum grónoffur frambera ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðings hin av olju. Og aftur við hvørjum lambi skal hann sum droypioffur ofra fjórðings hin av víni, hvørt tað er brennioffur elle sláturoffur. Men aftur við veðri skalt tú sum grónoffur ofra tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við triðings hin av víni, og sum droypioffur skalt tú frambera triðings hin av víni sum vælangandi royk til Harrans. Og tá ið tú ofrar ungneyt sum brennioffur ella sláturoffur til tess at evna eitt heiti ella sum takkaroffur til Harrans, tá skalt tú aftur við ungneytinum sum grónoffur frambera tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við hálvari hin av olju. Og sum droypioffur skalt tú frambera hálva hin av víni, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans. Soleiðis skal verða gjørt fyri hvønn oksa, fyri hvønn veðr og fyri hvørt lamb, hvørt tað er undan ær ella undan geit. Soleiðis skulu tit bera tykkum at við hvørjum djóri, so mongum sum tit ofra. Hvør innborin maður skal bera seg at við hesum á henda hátt, tá ið hann framber eldoffur sum vælangandi royk til Harrans. Og um einhvør útiseti býr hjá tykkum ella fer í komandi tíðum at búgva tykkara millum, og hann vil ofra eldoffur sum vælangandi royk til Harrans, tá skal hann bera seg at á sama hátt sum tit. Í savnaðinum skal vera sama fyriskipan fyri tykkum og fyri útisetan, sum hjá tykkum býr; hetta skal vera ævigt løgmál hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið; fyri Harranum skulu tit og útisetin vera eins. Sama lóg og sami rættur skal vera fyri tykkum og fyri útisetan, sum hjá tykkum býr.» Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma í tað landið, sum eg vil leiða tykkum inn í, og tit eta av breyði landsins, tá skulu tit ofra Harranum avskurðaroffur. Sum frumgróður av deiggi tykkara skulu tit ofra køku sum avskurðaroffur; á sama hátt sum avskurðin frá treskivøllinum skulu tit ofra tað. Av frumgróðrinum av deiggi tykkara skulu tit geva Harranum avskurðaroffur ættarlið eftir ættarlið. Tá ið tit synda av misgáu og halda ikki øll hesi boð, sum Harrin hevur givið Mósesi, alt tað, sum Harrin hevur boðið tykkum við Mósesi frá tí degi, tá ið Harrin beyð tað, og framvegis ættarlið eftir ættarlið, tá skal allur savnaðurin, um tað er nakað, sum gjørt er av misgáu, og sum savnaðurin ikki veit av, ofra eitt ungneyt sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans og aftur við tí grónofrið og droypiofrið, eins og lógin býður, og sum syndaoffur ein geitarhavur. Og presturin skal veita øllum savnaði Ísraelsmanna sáttargerð, og teimum skal verða fyrigivið, tí at tað var av misgáu, og teir hava sjálvir sum offurgávu sína framborið Harranum eldoffur og somuleiðis syndaoffur sítt fram fyri Harran fyri ta synd, sum teir gjørdu av misgáu. Bæði allur savnaður Ísraelsmanna og útisetin, sum býr tykkara millum, skal soleiðis fáa fyrigeving, tí at alt fólkið syndar í einum ella øðrum av misgáu. Er tað einstakur maður, ið syndar av misgáu, skal hann sum syndaoffur frambera veturgamla geit, og presturin skal veita honum, ið syndað hevur av misgáu, sáttargerð frammi fyri Harranum, so at honum verður fyrigivið vegna sáttargerðina. Allir, ið synda av misgáu, skulu vera fyri somu lóg, hvørt hann er innborin í Ísrael, ella hann er útiseti, sum býr tykkara millum. Men tann maður, ið syndar av avráddum huga, hvørt hann er innborin maður ella útiseti, hann hevur háðað Harran og skal verða oyddur úr tjóð síni, tí at hann hevur vanmett orð Harrans og brotið boðorð hans; tílíkur maður skal eirindaleyst verða týndur og bøta fyri brot sítt!» Meðan Ísraelsmenn vóru í oyðimørkini, komu teir einaferð á ein mann, ið bar saman við á hvíludegnum. Og teir, ið raktu við hann, har hann bar við saman, leiddu hann fyri Móses og Áron og allan savnaðin. Og teir settu hann í varðhald, av tí at eingin lógargrein var til um, hvat ið skuldi verða gjørt við hann. Men Harrin segði við Móses: «Tílíkur maður skal týna lívið; allur savnaðurin skal grýta hann til bana fyri uttan herbúðirnar!» Tá leiddi allur savnaðurin hann út um herbúðirnar og grýtti hann, so at hann doyði, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir, at teir ættarlið eftir ættarlið skulu gera sær skúvar á skeytini á klæðum sínum og á skúvarnar binda blá purpurfesti. Tað skal vera tykkum áminningarmerki, so at tit við at síggja tað, minnast á øll boðorð Harrans og gera eftir teimum og ikki fara eftir hjarta og eygum tykkara, sum tøla tykkum til hjágudadýrkan – til tess at tit mega muna øll boðorð míni og halda tey og vera heilag fyri Guði tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara!»
Men Kóra, sonur Jizehars, Kehats sonar, Levi sonar, og Dátan og Ábiram, synir Eliabs, Pallu sonar, Rubens sonar, gjørdu uppreist. Teir risu upp móti Mósesi og saman við teimum tvey hundrað og fimmti av Ísraelsmonnum, ið vóru høvdingar hjá savnaðinum, fulltrúar og navnframir menn. Hesir tóku seg saman ímóti Mósesi og Ároni og søgdu við teir: «Nú skal vera nóg mikið! Tí at allur savnaðurin, sum hann er, er heilagur, og Harrin er millum teirra; hví hevja tit tá tykkum yvir savnað Harrans?» Tá ið Móses hoyrdi hetta, fell hann fram á ásjón sína. Tínæst mælti hann við Kóra og allan flokk hansara og segði: «Bíðið til morgins; tá man Harrin gera kunnugt, hvør honum hoyrir til, og hvør heilagur er, og hvønn hann letur nærkast at sær; og tann, sum hann kjósar sær, man hann lata nærkast sær. Hetta skulu tit gera: Takið tykkum eldpannur, tú Kóra og allur flokkur tín; latið síðan gløður upp í tær og leggið roykilsi oman á tær í morgin fyri ásjón Harrans; tann, sum Harrin tá kjósar, skal vera heilagur! Nú skal vera nóg mikið, tit Levi synir!» Framvegis segði Móses við Kóra: «Hoyrið, tit Levi synir! Er tað tykkum ov lítið, at Ísraels Guð hevur skilt tykkum burtur úr savnaði Ísraels og latið tykkum nærkast at sær til tess at starva við tjaldtempul Harrans og standa frammi fyri savnaðinum og tæna honum? Hann læt teg og allar brøður tínar, Levi synir, nærkast at sær; og nú krevja tit eisini prestaembætið! Sig mær, tú, og allur flokkur tín, sum hevur tikið seg saman móti Harranum: Hvat er Áron, at tit meyla móti honum?» Tá sendi Móses boð eftir Dátani og Ábirami, sonum Eliabs; men teir svaraðu: «Nei, vit koma ikki! Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur leitt okkum burtur úr tí landi, sum flýtur í mjólk og hunangi, til at lata okkum týna lívið í oyðimørkini, at tú nú eisini skalt valda okkum? Tú hevur vissuliga ikki leitt okkum inn í land, sum flýtur í mjólk og hunangi ella latið okkum fingið bø og víngarðar! Hugsar tú um at blinda hesar menn? Nei, vit koma ikki!» Tá varð Móses ovurvreiður og mælti við Harran: «Lít ikki at ofrum teirra! Eg havi ikki tikið so mikið sum asna frá teimum og ongum gjørt nakað mein!» Og Móses mælti við Kóra: «Í morgin skalt tú og allur flokkur tín koma fram fyri Harran saman við Ároni! Og hvør tykkara skal taka sína eldpannu og lata roykilsi upp í tær og koma fram fyri Harran við teimum – tvey hundrað og fimmti eldpannum; bæði tú og Áron skulu hava hvør sína eldpannu!» Teir tóku nú hvør sína eldpannu, lótu gløður upp í tær og løgdu roykilsi omaná, og teir tóku støðu fyri durum samfundartjaldsins saman við Mósesi og Ároni. Síðan stevndi Kóra øllum flokki sínum saman ímóti teimum at durum samfundartjaldsins; men tá birtist dýrd Harrans øllum savnaðinum. Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Skiljið tykkum burtur úr hesum savnaði, eg vil avoyða teir í bræði!» Men teir fullu fram á ásjón sína og mæltu: «Guð, tú, sum ert Guð lívsandans í øllum holdi, reiðist tú inn á allan savnaðin, fyri tí at ein maður hevur syndað?» Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Tala til savnaðin og sig: Havið tykkum burtur frá tí staði, har sum Kóra, Dátan og Ábiram hølast!» Móses gekk nú til Dátans og Ábirams, fylgdur av Ísraels elstu; og hann talaði til savnaðin og segði: «Havið tykkum burtur frá tjøldunum hjá hesum vándu monnum og nertið ikki við nakað, sum teir eiga, so at tit ikki farast fyri allar syndir teirra!» Tá høvdu teir seg burtur frá tí staði, har sum Kóra og Dátan og Ábiram vóru. Men Dátan og Ábiram vóru útkomnir og stóðu fyri tjalddurum sínum saman við konum sínum, sonum og smábørnum. Og Móses mælti: «Av hesum skulu tit sanna, at Harrin hevur sent meg til at gera øll hesi verk, og at eg ikki havi gjørt tey av mínum eintingum: Um hesir menn doyggja á vanligan hátt, og teimum verður ikki annað fyri enn tað, sum verður hvørjum manni fyri, tá hevur Harrin ikki sent meg. Men letur Harrin okkurt óhoyrt berast á, so at jørðin til dømis letur upp gap sítt og gloypir teimum og øllum, sum teir eiga, so at teir fara livandi til heljar, tá mega tit sanna, at hesir menn hava vanmett Harran.» Men tá hann hevði lokið øllum hesum orðum, tá klovnaði jørðin undir fótum teirra; jørðin læt upp gap sítt og gloypti teimum og húskjum teirra, øllum monnum Kóra og ognum hans; teir fóru livandi niður til heljar við øllum, sum teir áttu; jørðin lokaðist aftur yvir teir, og soleiðis vórðu teir oyddir úr fólkinum. Men allir Ísraelsmenn, ið stóðu har kring teir, hildu undan, tá ið teir hoyrdu rópini frá teimum, tí at teir hugsaðu: Bara ikki jørðin gloypir okkum við! Og eldur fór út frá Harranum og oyddi tvey hundrað og fimmti mans, ið høvdu framborið roykilsi. Og Harrin talaði við Móses og segði: «Sig við Eleazar, son Árons prests, at hann skal taka eldpannurnar út úr eiminum og spjaða gløðurnar langt útum; tí at eldpannurnar hjá hesum syndarum, ið gjørdu fyri lívi sínum, vóru heilagar, og tí skalt tú sleggja tær út í tunnar plátur og leggja altarið við teimum, tí at tær vórðu bornar fram fyri Harran og eru heilagar; tær skulu vera Ísraelsmonnum tekin.» Tá tók Eleazar prestur koparpannurnar, sum teir, ið upp brendust, høvdu borið fram, og hann læt tær sleggja tunnar og legði altarið við teimum, Ísraelsmonnum til áminningar um, at eingin fremmandur, eingin, sum ikki er av Árons ætt, má koma framat til at ofra Harranum roykilsi, so at tað verður við honum sum við Kóra og flokki hans – eins og Harrin hevði sagt honum við Mósesi. Dagin eftir meylaði allur savnaður Ísraelsmanna móti Mósesi og Ároni, og teir søgdu: «Tað eru tit, ið hava beint fyri fólki Harrans.» Men tá ið savnaðurin hevði seg saman móti Mósesi og Ároni, og teimum var hyggjandi móti samfundartjaldinum, sí, tá huldi skýggið tað, og dýrd Harrans birtist. Tá gingu teir, Móses og Áron, fram fyri samfundartjaldið, og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Havið tykkum úr hesum savnaði, tí at eg man oyða hann í bræði!» Men teir fullu fram á ásjón sína; og Móses segði við Áron: «Tak eldpannuna og lat gløður av altarinum upp í hana, legg roykilsi omaná og far í skundi til savnaðin og veit teimum sáttargerð; tí at vreiði er útgingin frá Harranum, plágan er longu byrjað!» Áron tók tá eldpannuna, so sum Móses hevði sagt, og leyp mitt inn í savnaðin; og sí, tá var plágan longu byrjað í fólkinum, men hann legði roykilsi á og veitti teimum sáttargerð. Men meðan hann stóð har millum hinar deyðu og hinar livandi, tá lætti av pláguni. Men teir, ið fórust av pláguni, vóru fjúrtan túsund og sjey hundrað umframt teir, ið fórust av Kóra ávum. Eftir at plágan var steðgað, kom Áron aftur til Mósesar við dyr samfundartjaldsins.
Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn, at ættarhøvdingarnir skulu fáa tær ein stav fyri hvørja ættargrein, í alt tólv stavir, og rita tú navn hvørs teirra í stav hans. Men navn Árons skalt tú rita í stav Levi, tí at hvør oddamaður fyri ættargreinum teirra skal hava sín stav. Og tú skalt leggja teir inn í samfundartjaldið fyri framman vitnisburðin, har sum eg komi á fund við teg. Tá skal stavurin hjá honum, sum eg velji út, bera leyv, soleiðis at eg við tað má stilla meylan Ísraelsmanna, sum meyla móti tykkum!» Móses bar nú hetta upp á mál við Ísraelsmenn, og allir høvdingar teirra fingu honum stav, hvør høvdingi ein stav eftir ættargreinum teirra, tólv stavir í alt, og millum teirra var stavur Árons. Og Móses legði stavirnar frammi fyri Harranum í vitnisburðartjaldinum. Men tá ið Móses dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, sí, tá var stavur Árons, stavur Levi ættar, grønkaður; hann bar leyv, og blómur vóru sprotnar, stadnar mandlur vuksu á honum. Móses tók tá stavirnar burtur frá ásjón Harrans og bar teir út til Ísraelsmanna; teir litu at teimum og tóku hvør sín stav. Men Harrin segði við Móses: «Legg stav Árons aftur fram fyri vitnisburðin og goym hann sum tekin fyri teir, ið ólýdnir eru, og ger soleiðis enda á meylan móti mær, so at teir ikki týna lívið!» Og Móses so gjørdi; eins og Harrin hevði boðið honum; soleiðis gjørdi hann. Men Ísraelsmenn søgdu við Móses: «Vit verða fyri ongum, vit farast, ja, vit farast allir samlir! Hvør tann, ið nærkast tjaldtempli Harrans má týna lívið! Skulum vær tá allir farast?»
Og Harrin segði við Áron: «Tú og synir tínir og alt ættarfólk títt skulu bera ábyrgdina fyri halgidóminum, og tú og synir tínir skulu bera ábyrgdina fyri prestaembæti tykkara. Men eisini brøður tínar, Levi ætt, ættargrein faðirs tíns, skalt tú hava við tær; teir skulu halda seg aftur at tær og dugna tær hond, tá ið tú og synir tínir gera tænastu við vitnisburðartjaldið. Og teir skulu dugna tær hond við tí, sum tú hevur at gera, og við øllum, sum er at gera í tjaldinum; tó mega teir ikki koma nær hinum heilagu amboðunum ella fram at altarinum, so at ikki bæði teir og tit týna lívið. Teir skulu vera tær við hond og hava umsjón við samfundartjaldinum og øllum, sum er at gera í tjaldinum; men eingin, ið ikki er av prestaætt, má nærkast tykkum. Men tit skulu hava umsjón við halgidóminum og altarinum, so at ikki vreiði kemur aftur yvir Ísraelsmenn. Eg havi sjálvur tikið brøður tykkara, Levitarnar, burtur úr Ísraelsmonnum sum gávu til tykkara; teir eru givnir Harranum til tess at gera tænastu við samfundartjaldið. Men tú og synir tínir skulu varða um prestaembæti tykkara og um alt, sum viðvíkur altarinum og er fyri innan fortjaldið, og gera tænastu har. Sum gávu gevi eg tykkum prestaembætið, men treingir nakar, ið ikki er av prestaætt, seg framat, skal hann týna lívið!» Og Harrin segði við Áron: «Sí, tað, sum tikið verður frá av avskurðarofrum mínum, gevi eg tær; allar halgigávur Ísraelsmanna lati eg lutast tær og sonum tínum sum ævig rættindi. Av øllum offurgávum teirra, undantikið tað, sum upp skal brennast, skal hetta hoyra tær til av tí háheilaga. Øll grónoffur, øll syndaoffur og øll sektaroffur, sum teir frambera mær í bót, sum háheilagt skal tað lutast tær og sonum tínum. Á háheilagum staði skalt tú eta tað, og alt kallkyn má eta av tí; tað skal vera tær heilagt. Framleiðis skulu lutast tær avskurðarofrini av øllum gávum frá Ísraelsmonnum, ið reiggjaðar verða; tað gevi eg tær og sonum og døtrum tínum sum ævig rættindi; hvør, sum reinur er í húsi tínum, má eta av tí. Alt tað besta av olju, aldinløgi og korni, frumgróðrinum, sum teir frambera Harranum, tað gevi eg tær. Frumgróðurin av øllum í landi tínum, sum teir ofra Harranum, skalt tú fáa; hvør, sum reinur er í húsi tínum, má eta av tí. Alt, sum bannført verður í Ísrael, skal hoyra tær til. Av øllum holdi, sum teir frambera Harranum, skal alt, sum opnar móðurlív, hvørt tað er maður ella djór, ognast tær; tó skalt tú lata loysa frumburðir manna og somuleiðis frumburðir av óreinum djórum. Viðvíkjandi loysnargjaldi teirra, tá skalt tú, eftir at teir eru mánaðargamlir, loysa teir eftir metan tíni við fimm siklum eftir halgidómsins sikli, sum er tjúgu gerur. Men frumburðir undan neytum, seyði og geitum skalt tú ikki loysa aftur; teir eru heilagir, blóð teirra skalt tú støkkja upp á altarið og brenna mørir teirra sum eldoffurs vælangandi royk til Harrans. Men kjøtið av teimum skalt tú hava; eins og reiggibringan og høgra tjógv skal tað lutast tær. Øll avskurðaroffur av halgigávum, ið Ísraelsmenn frambera Harranum, gevi eg tær og sonum tínum og døtrum tínum sum ævig rættindi; tað skal vera tær og eftirkomarum tínum ævigur saltsáttmáli fyri ásjón Harrans.» Harrin segði við Áron: «Tú skalt einki arva av landi teirra og ongan lut eiga teirra millum; eg eri sjálvur lutur og arvagrein tín millum Ísraelsmanna. Men sí, Levi sonum gevi eg alla tíggjund í Ísrael sum arvalut aftur fyri tænastu teirra, sum teir gera við samfundartjaldið. Ísraelsmenn mega ikki meira koma fram at samfundartjaldinum, so at teir ikki gera fyri lívi sínum. Einans Levitarnir mega gera tænastu við samfundartjaldið, og sjálvir skulu teir bøta fyri brot fólksins. Hetta skal vera tykkum ævig skipan ættarlið eftir ættarlið. Men arvalut mega teir ongan eiga millum Ísraelsmanna. Tí at tíggjundina, sum Ísraelsmenn veita Harranum sum avskurðaroffur, havi eg givið Levitunum til ognar; tessvegna havi eg sagt teimum, at teir ongan arvalut skulu eiga millum Ísraelsmanna.» Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Levitanna og sig við teir: Tá ið tit av Ísraelsmonnum taka við tíggjundini, ið eg havi givið tykkum sum tann arvalut, ið tit skulu hava av teimum, tá skulu tit av honum veita Harranum avskurðaroffur, tíggjund burtur av tíggjund. Hesin offuravskurður tykkara skal samsvara offuravskurðinum av korni av treskivøllinum og av ovurnøgdini úr vínfarginum. Soleiðis skulu eisini tit veita Harranum avskurðaroffur av allari tíggjund tykkara, sum tit fáa av Ísraelsmonnum; og av henni skulu tit geva Ároni presti avskurðaroffur Harrans. Av øllum gávum, sum tit taka við, skulu tit veita Harranum avskurðaroffur, av tí besta av tí, sum honum verður halgað. Og tú skalt siga við teir: Tá ið tit veita tað besta av tí, skal tað verða mett javnt við tað, sum treskivøllur og vínfarg geva av sær. Og tit mega eta tað, hvar tit vilja, tit og húski tykkara, tí at tað er løn tykkara aftur fyri tænastu tykkara í samfundartjaldinum. Tit munnu ikki leiða synd yvir tykkum, um tit einans vilja geva tað besta av tí; tá vanhalga tit ikki halgigávur Ísraelsmanna og skulu ikki týna lívið.»
Harrin talaði við Móses og segði: «Hetta er skipan løgmálsins, ið Harrin hevur kunngjørt: Tú skalt siga við Ísraelsmenn, at teir skulu fáa tær reyða, lýtaleysa kvígu, sum einki brek hevur og ikki hevur verið undir oki; hana skulu tit fáa Eleazari presti; síðan skal hon verða leidd út um herbúðirnar og slátrað fyri eygum hans. Tínæst skal Eleazar prestur taka upp á fingurin av blóði hennara og støkkja tað sjey ferðir móti framsíðu samfundartjaldsins. Síðan skal kvígan verða brend fyri eygum hans, bæði húðin, kjøtið og blóðið av henni skal verða brent og somuleiðis gorið. Presturin skal so taka sedrisvið, ýsopvond og skarlak og kasta tað á bálið, sum kvígan brennur á. Tínæst skal presturin skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni og má tá koma inn aftur í herbúðirnar; men hann skal vera óreinur til kvølds. Somuleiðis skal tann, sum brennir kvíguna, skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni og vera óreinur til kvølds. Og maður, ið reinur er, skal taka upp øskuna av kvíguni og leggja hana á reinan stað fyri uttan herbúðirnar; har skal hon goymast savnaði Ísraelsmanna til reinsanarvatn. Hetta er syndaoffur. Men tann, sum tekur upp øskuna av kvíguni, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. Hetta skal vera ævig skipan bæði fyri Ísraelsmenn og útisetan, ið býr hjá teimum: Hvør, ið nertur við lík á nøkrum manni, skal vera óreinur í sjey dagar; hann skal reinsa seg frá synd við reinsanarvatninum á triðja degi og sjeynda degi og er tá reinur. Men reinsar hann seg ikki frá synd á triðja og sjeynda degi, er hann ikki reinur. Hvør, ið nertur við nakað lík av deyðum manni og ikki reinsar seg frá synd, tann maður ger tjaldtempul Harrans óreint og skal verða oyddur úr Ísrael; av tí at reinsanarvatn hevur ikki verið slett á hann, er hann óreinur, óreinleiki hansara loðar enn við hann. Hetta er lógin: Tá ið maður doyr í tjaldinum, verður hvør, sum gongur inn í tjaldið, og hvør, sum er í tjaldinum, óreinur í sjey dagar. Og hvørt opið ílát, sum ikki er bundið yvir, skal vera óreint. Hvør, ið nertur við einhvønn, ið liggur vigin á víðavangi, ella við lívlátnan, við mannabein ella við leiði, hann skal vera óreinur í sjey dagar. Til tess at reinsa hin óreina, skal verða tikin øska av tí brenda syndaofrinum og latin upp í ílátið saman við rennandi vatni. Síðan skal maður, sum er reinur, taka ýsopvond, drepa hana í vatn og sletta tað á tjaldið og á allar lutir og allar menn, sum har vóru inni, og somuleiðis á tann, ið nortið hevur við mannabein ella við lík av vignum manni ella lívlátnum ella við leiði. Soleiðis skal hin reini sletta á hin óreina triðja dagin og sjeynda dagin, og hann skal reinsa hann frá synd á sjeynda degi; síðan skal hann skola klæði síni og tváa sær í vatni, og er hann tá reinur um kvøldið. Men um einhvør er vorðin óreinur og reinsar seg ikki frá synd, tann maður skal verða oyddur úr savnaðinum, tí at hann hevur gjørt tjaldtempul Harrans óreint, reinsanarvatn hevur ikki verið slett á hann, og tí er hann óreinur. Hetta skal vera ævigt løgmál hjá tykkum. Tann, ið slettir reinsanarvatnið, skal tváa klæði síni; og tann, ið nertur við reinsanarvatnið, skal vera óreinur til kvølds. Alt, sum hin óreini nertur við, skal vera óreint, og nertur maður við hann, skal hann vera óreinur til kvølds.»
Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, komu í oyðimørkina Zin í fyrsta mánaðinum, og fólkið settist niður í Kádesj. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað. Men savnaðurin hevði einki vatn; tá tóku teir seg saman ímóti Mósesi og Ároni, og fólkið trættist við Móses og segði: «Gævi vit høvdu doyð, ta ferðina tá ið brøður okkara doyðu fyri ásjón Harrans! Hví leiddu tit savnað Harrans út í hesa oyðimørk, so at bæði vit og fenaður okkara týna lívið? Hví mundu tit nakrantíð lata okkum fara út úr Egyptalandi og føra okkum út á henda ræðuliga stað, har hvørki korn ella fikur vaksa, hvørki vínviður ella granatepli, og har einki vatn er at drekka?» Men Móses og Áron gingu frá fólkinum at durum samfundartjaldsins og fullu fram á ásjón sína; tá birtist dýrd Harrans fyri teimum. Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tak stavin og stevn tú og bróðir tín Áron savnaðinum saman og tala við klettin fyri eygsjón teirra; tá man hann geva vatn, og tú skalt leiða vatnið úr klettinum til teirra og geva bæði savnaðinum og fenaði teirra vatn at drekka.» Móses gjørdi nú, eins og hann hevði boðið, og tók stavin, sum lá frammi fyri Harranum. Tá stevndu Móses og Áron savnaðinum saman at klettinum, og hann segði við teir: «Hoyrið nú, tit tvørsintu! Munnu vit úr hesum kletti fáa vatn at streyma til tykkara?» Síðan hevði Móses upp hond sína og sló á klettin tvær ferðir við stavi sínum, og tá streymaði vatnið út í nøgdum, so at bæði savnaðurin og fenaður teirra fingu at drekka. Men Harrin segði við Móses og Áron: «Fyri at tit ikki trúðu mær, so at tit halgaðu meg fyri eygsjón Ísraelsmanna, tessvegna skulu tit ikki leiða henda savnað inn í tað land, sum eg havi givið teimum!» Hetta eru Meribavøtn, har Ísraelsmenn trættust við Harran, og har hann sýndi heilagleika sín á teimum. Frá Kádesj sendi Móses ørindrekar á fund við kongin av Edóm við hesum boðum: «So sigur bróðir tín Ísrael: Tú veitst um allar tær treytir, ið okkum hava verið fyri, hvussu fedrar okkara fóru suður til Egyptalands, hvussu vit búðu har í langa tíð, og hvussu illa Egyptar fóru við okkum og fedrum okkara. Men tá rópaðu vit til Harrans, og hann hoyrdi bøn okkara og sendi okkum eingil, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi. Og sí, nú eru vit her í Kádesj, borgini tætt við landamark títt. Gev okkum nú loyvi at fara gjøgnum land títt; vit skulu hvørki fara gjøgnum bø ella víngarðar, heldur ikki drekka vatnið úr brunnunum; vit skulu ganga eftir kongsvegnum og hvørki víkja til høgru ella vinstru, fyrr enn vit eru komnir út úr landi tínum.» Men Edóm svaraði honum: «Tú mást ikki fara gjøgnum land mítt, annars fari eg móti tær við svørði!» Tá søgdu Ísraelsmenn við hann: «Eftir almannavegnum vilja vit fara, og um eg ella fenaður mín drekkur av vatni tínum, so vil eg gjalda tær fyri tað; tað kann einki saka, tá ið eg fari ígjøgnum til gongu.» Men hann segði: «Nei, tú sleppur ikki ígjøgnum!» Og Edóm fór ímóti honum við nógvum og alvápnaðum monnum. Tá ið Edóm soleiðis sýtti Ísrael ferð yvir um land sítt, helt Ísrael ferðini kring um hann. Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, hildu nú út úr Kádesj og komu at fjallinum Hór. Tá talaði Harrin við Móses og Áron á Hórfjalli við landamark Edóms og segði: «Áron skal nú savnast til fedra sína; tí at ikki skal hann koma inn í tað land, sum eg havi givið Ísraelsmonnum, fyri at tit vóru ólýdnir móti boði mínum við Meribavøtn. Tak Áron og Eleazar, son hans, og leið teir niðan á fjallið Hór. Lat síðan Áron úr klæðum sínum og lat Eleazar, son hansara, í tey, men Áron skal savnast til fedra sína og doyggja har.» Móses gjørdi soleiðis, sum Harrin segði, og teir fóru niðan á Hórfjallið, meðan allur savnaðurin sá tað. Síðan læt Móses Áron úr øllum klæðum hans og læt Eleazar, son hansara, aftur í tey. Og Áron doyði har uppi á fjallinum. So fóru Móses og Eleazar oman aftur av fjallinum. Tá ið allur savnaðurin sá, at Áron var deyður, grótu allir Ísraelsmenn Áron í tríati dagar.
Men tá ið Kánáanitin, kongurin av Árad, sum búði á suðurlandinum, hoyrdi, at Ísrael kom eftir Átarimvegnum, tá ráddist hann á Ísrael og hertók nakrar teirra. Tá strongdi Ísrael Harranum heiti og segði: «Gevur tú hetta fólk upp í mínar hendur, tá skal eg bannføra borgir teirra!» Harrin bønhoyrdi Ísrael og gav Kánáanitar upp í hendur teirra, og teir bannførdu bæði teir og borgir teirra; tí varð staðurin nevndur Horma. Síðan hildu teir ferðini frá Hórfjalli móti Reyðahavinum til tess at fara kring um Edóms land. Men eftir vegnum misti fólkið tolið og fór at tala móti Guði og Mósesi: «Hví leiddu tit okkum út úr Egyptalandi til at doyggja í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og okkum stendst við henda ringa mat!» Tá sendi Harrin eiturormar mitt upp í fólkið, og teir bitu fólkið, so at fjøldir doyðu av Ísrael. Tá kom fólkið til Mósesar og segði: «Vit hava syndað við at tala móti Harranum og tær. Men bið tú nú til Harrans, at hann má lata ormarnar fara frá okkum.» Tá bað Móses fyri fólkinum. Og Harrin mælti við Móses: «Ger tær koparorm og set hann upp á stong; tá skal hvør, ið bitin er, verða á lívi, um hann lítur at honum.» Móses gjørdi orm av kopari og setti hann upp á stong. Og hvørja ferð maður varð bitin av ormi, og hann leit at koparorminum, varð hann verandi á lívi. Eftir hetta fluttu Ísraelsmenn úr stað og settu herbúðir sínar í Óbot. Frá Óbot hildu teir ferðini og settu herbúðir sínar í Ijje-Háabarim í oyðimørkini fyri eystan Móab. Haðan fluttu teir úr stað og settu herbúðir sínar í Zereddalinum. Haðan fóru teir avstað og settu herbúðir sínar í oyðimørkini hinumegin Arnon, sum kemur úr landi Ámorita, tí at Arnon skilir lond Móabita og Ámorita. Tí stendur soleiðis í bókini um bardagar Harrans: «Váheb í Sufa og Arnondali, dallíðirnar, ið røkka hagar, sum Ar liggur, og halla seg aftur at landi Móabs.» Haðan fóru teir til Beer, tað er brunnurin, sum Harrin talaði um, tá ið hann segði við Móses: «Savna fólkið saman, so vil eg geva teimum vatn!» Ta ferðina sungu Ísraelsmenn henda song: «Vell fram, brunnur! Syngið um hann! Brunnur, sum høvdingar gróvu, sum tignar fólksins holaðu innan við veldissprota og støvum sínum!» Úr oyðimørkini fóru teir til Mattana, frá Mattana til Náhaliel; og frá Náhaliel til Bámot; og frá Bámot komu teir í dalin á Móabs vøllum, at Pisga fjallatindi, sum dagar oman fyri reynið. Tá sendi Ísrael ørindrekar á fund við Sihon, kong Ámorita, og læt siga við hann: «Loyv okkum at fara gjøgnum land títt; vit skulu ikki fara av vegnum út í akrar og víngarðar og heldur ikki drekka vatn úr brunnum; eftir kongsvegnum vilja vit ganga, til vit eru komnir út úr landi tínum!» Men Sihon loyvdi ikki Ísrael at fara gjøgnum land sítt; heldur savnaði hann allar menn sínar og helt út í oyðimørkina móti Ísrael; og tá ið hann var komin til Jáhza, legði hann til orrustu við Ísrael. Men Ísrael vá hann við svørðseggjum og legði land hans undir seg frá Arnon alt at Jábok at landi Ammonita; tí at Jázer liggur við landamark Ammonita. Ísrael tók allar hesar borgir, og Ísrael settist niður í øllum borgum Ámorita, í Hesjbon og øllum bygdunum har íkring. Tí Hesjbon var borg Sihons, Ámorita kongs; hann hevði lagt bardagar móti hinum fyrra kongi Móabita og tikið alt landið av honum alt at Arnon. Tí siga skaldini: «Komið til Hesjbon! Endurreist og grundvallað verði borg Sihons! Tí at eldur gekk út frá Hesjbon, eldslogar frá borg Sihons. Hann át upp borgir Móabs og oyddi Arnons hólar. Vei tær, Móab! Farið ert tú, fólk Kemosjar! hann rekur synir sínar á flótta og døtur sínar í fangilsi hjá Sihoni, kongi Ámorita! Vit skutu teir; oydd varð Hesjbon alt til Dibon. Vit oyddu teir alt at Nófa, sum liggur við Medeba!» Og Ísrael settist niður í landi Ámorita. Síðan sendi Móses njósnarar til Jázer; teir hertóku hana og bygdirnar har íkring, og hann rak burtur teir Ámoritar, sum har búðu. Tá snúðust teir við og hildu leiðini til Básjan. Men Og, kongur av Básjan, fór ímóti teimum við øllum monnum sínum og legði til orrustu í Edrei. Tá segði Harrin við Móses: «Óttast hann ikki, tí at eg gevi bæði hann og allar menn hans og alt land hans upp í tínar hendur; og tú skalt fara við honum, eins og tú fórt við Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon.» Tá vógu teir hann og synir hans og alt herlið hans, so at eingin komst undan, og løgdu síðan land hans undir seg.
Síðan fóru Ísraelsmenn avstað haðan og settu herbúðir sínar á Móabsslættanum hinumegin Jórdan áraka Jeriko. Men Bálak Zipporsson fekk tá fregn um alt, sum Ísrael hevði gjørt Ámoritum; tá kom yvir Móabitar mikil ræðsla fyri fólkinum; tí at tað var fjølment, og Móabitar ønskraðust fyri Ísraelsmonnum. Tá søgdu Móabitar við hinar elstu í Midian: «Nú man henda mannfjøld fara at eta upp alt, sum er kring okkum, eins og oksarnir eta tað grøna grasið av markini.» Bálak Zipporsson var um tað mundið kongur í Móab. Hann sendi nú ørindrekar á fund Bileams Beorssonar í Petor, sum liggur við ánna, í land Ammonita til tess at biðja hann koma; teir skuldu siga við hann: «Higar er komin tjóð úr Egyptalandi, og sí, hon breiðir seg út um landið alt, og nú hevur hon tikið upp bústað her tætt hjá mær. Kom tí og bølbið hesa tjóð fyri meg, tí at hon er mær ov sterk; kanska eg tá fái bast henni og rikið hana út úr landinum, tí at eg veit, at tann, sum tú vælsignar, verður vælsignaður, og at tann, ið tú bølbiður, verður bølbiðin.» Móabs og Midians elstu fóru nú avstað og høvdu spásagnarløn við sær; og tá ið teir komu til Bileams, fluttu teir honum Bálaks orð. Hann segði við teir: «Verið her í nátt, so skal eg geva tykkum svar eftir tí, sum Harrin sigur við meg.» Og høvdingar Móabs dvaldu hjá Bileami um náttina. Men Guð kom til Bileams og segði: «Hvørjir eru hasir menn, ið hjá tær eru?» Bileam svaraði Guði: «Bálak Zipporsson, kongur av Móab, hevur sent mær hesi boð: Sí, einhvør tjóð er komin higar úr Egyptalandi og hevur breitt seg út um landið alt. Kom nú og bølbið mær hana, kanska eg tá vinni sigur á henni og fái rikið hana burtur.» Men Guð segði við Bileam: «Ikki skalt tú fara við teimum, og ikki skalt tú bølbiðja hasa tjóð, tí at hon er vælsignað!» Morgunin eftir fór Bileam upp og segði við høvdingar Bálaks: «Farið heim aftur í land tykkara, tí at Harrin loyvir mær ikki at koma við tykkum.» Høvdingar Móabs fóru tá avstað og komu til Bálaks og søgdu: «Bileam bar seg undan at koma við okkum.» Bálak sendi uppaftur høvdingar avstað, fleiri og mætari enn teir fyrru. Og teir komu til Bileams og søgdu við hann: «So sigur Bálak Zipporsson: Aftra teg ikki frá at koma á mín fund! Eg vil veita tær mikla sømd og gera alt, sum tú biður meg um; kom nú og bølbið mær hesa tjóð!» Men Bileam svaraði og segði við tænarar Bálaks: «Um so Bálak gevur mær hús síni full av silvuri og gulli, kann eg tó ikki gera ímóti boði Harrans, Guðs míns, hvørki í lítlum ella stórum. Men verið nú eisini tit her í nátt; eg fái tá at síggja, hvat Harrin aftur man fara at siga við meg.» Tá kom Guð um náttina til Bileams og segði við hann: «Eru hasir menn komnir til tess at fáa teg við sær, tá statt upp og far við teimum; men ger ikki annað enn tað, sum eg sigi tær.» Bileam reis tá snimma um morgunin, saðlaði øsnu sína og fór við Móabs høvdingum. Men tá tendraðist vreiði Guðs yvir, at hann var farin við, og eingil Harrans tók støðu á vegnum til at veita honum mótstøðu, har hann nú kom ríðandi á øsnu síni saman við báðum sveinum sínum. Men tá ið øsnan sá eingil Harrans standa á vegnum við bregðaðum svørði í hendi, veik hon til viks av vegnum og fór út í akurlendið. Tá tók Bileam at lemja øsnuna til tess at fáa hana inn aftur á vegin. Eingil Harrans tók nú støðu millum víngarðanna, í geilini har grótgarðar vóru báðumegin. Men tá ið øsnan bar eyga við eingil Harrans, trýsti hon seg upp móti garðinum, soleiðis at fótur Bileams kom ímillum; tá tók hann aftur á at lemja hana. Eingil Harrans førkaði seg nú undan og tók støðu í einum tronga, har ikki bar til at fara til viks, hvørki til høgru ella vinstru. Men tá ið øsnan sá eingil Harrans, legði hon seg undir Bileami; tá reiddist Bileam og tók at lemja øsnuna við stavi sínum. Men tá læt Harrin munn øsnunnar upp, og hon segði við Bileam: «Hvat havi eg gjørt tær, at tú tríggjar ferðir hevur lamt meg av?» Bileam svaraði øsnuni: «Tú hevur argað meg; hevði eg havt svørð hjá mær, skuldi eg dripið teg!» Tá segði øsnan við Bileam: «Eri eg ikki øsna tín, sum tú hevur riðið á fram at hesum degi? Havi eg verið von at fara fram á henda hátt móti tær?» Hann svaraði: «Nei.» Í sama bili læt Harrin eygu Bileams upp, so at hann sá eingil Harrans, ið stóð á vegnum við bregðaðum svørði í hendi; tá lútaði hann honum og fell fram á ásjón sína. Men eingil Harrans segði við hann: «Hví hevur tú nú tríggjar ferðir lamt øsnu tína? Tað eri eg, sum eri farin út at veita tær mótstøðu, tí at henda ferð tín er ímóti mínum vilja. Øsnan sá meg og veik tríggjar ferðir til viks fyri mær; og var hon ikki farin til viks fyri mær, hevði eg dripið teg, men latið øsnuna verið á lívi.» Tá segði Bileam við eingil Harrans: «Eg havi syndað; tí at eg visti ikki, at tú stóðst fyri mær á vegnum. Men mislíkar tær henda ferð, vil eg venda aftur.» Eingil Harrans svaraði Bileami: «Far tú við hasum monnunum; men einans teimum orðum mást tú mæla, sum eg sigi tær.» Bileam fór tá við høvdingum Bálaks. Tá ið Bálak hoyrdi, at Bileam var á veg, fór hann út ímóti honum til Ar-Móab, ið liggur við landamarkið Arnon, sum er ytsta landamark. Og Bálak segði við Bileam: «Sendi eg ikki boð eftir tær og bað teg koma? Hví komst tú ikki til mín? Skuldi eg av sonnum ikki verið førur fyri at veita tær sømd afturfyri?» Bileam svaraði Bálaki: «Sí, nú eri eg komin til tín; men man eg fáa sagt nakað av mær sjálvum? Nei, tey orð, sum Guð leggur mær í munn mín, tey má eg mæla.» Síðan fór Bileam við Bálaki, og teir komu til Kirjat-Huzot. Har ofraði Bálak neyt og seyðir og sendi Bileami og høvdingunum, ið við honum vóru, nakað av tí. Og morgunin eftir tók Bálak Bileam við sær niðan á Bámot-Báal. Haðan sá hann tað ytsta av herbúðum fólksins.
Tá mælti Bileam við Bálak: «Reis mær her sjey altar og fá mær higar sjey tarvar og sjey veðrar.» Bálak gjørdi nú, eins og Bileam beyð, og Bálak og Bileam ofraðu tarv og veðr á hvørjum altari. Tá segði Bileam við Bálak: «Verð tú standandi eftir her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari at vita, um Harrin kanska kemur til fundar við meg; tað, sum hann tá letur meg síggja, skal eg kunngera tær.» Hann fór tá niðan á skógarleysan hól. Har kom Guð til fundar við Bileam. Og hann segði við hann: «Eg havi nú búgvið til sjey altar og ofrað tarv og veðr á hvørjum altari.» Harrin legði tá Bileami orð í munnin og segði: «Far nú aftur til Bálaks og tala soleiðis!» Tá ið hann kom aftur til hansara, sí, tá stóð hann enn við brenniofrið saman við øllum høvdingum Móabs. Síðan flutti hann spáljóð sítt og mælti: «Úr Áram søkti meg Bálak, frá eysturfjøllum Móabs kongur: Kom og bølbið mær Jákup! Kom og bølbið Ísrael! Hvussu kann eg biðja bølbøn yvir teir, ið Guð ikki bølbiður, og fyrimæla teimum, ið Harrin ikki fyrimælir? Frá hægstu tindum hómi eg hann, frá hæddunum eg líti at honum: Sí, fólk, ið einsamalt býr, ið ikki vil teljast upp í aðrar tjóðir! Hvør kann telja sandskorn Jákups? Hvør hevur tal á Ísraels túsundum? Doyggi sál mín deyða hins rættláta, verði mín síðsta stund sum hans!» Tá mælti Bálak við Bileam: «Hvat hevur tú gjørt mær? Eg læt teg søkja til tess at biðja bølbøn yvir fíggindar mínar, og sí, nú hevur tú vælsignað teir stórum!» Men hann svaraði og segði: «Skal eg ikki lýðin tala tað, sum Harrin leggur mær í munn?» Tá segði Bálak við hann: «Kom við mær á annan stað, haðan tú kanst síggja fólkið; tó einans tað ytsta av tí; ikki alt mást tú síggja og bið mær haðan bølbøn yvir tað!» Og hann tók hann við sær niðan á Njósnaravøllin dygst upp á Pisgafjallið, bygdi har sjey altar og ofraði tarv og veðr á hvørjum. Síðan segði Bileam við Bálak: «Ver tú eftir her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari at vita, um nakað birtist mær!» Tá kom Harrin til fundar við Bileam og legði honum orð í munnin og segði: «Far aftur til Bálaks og tala soleiðis!» Tá ið hann kom aftur til hansara, sí, tá stóð hann enn við brenniofrið saman við høvdingum Móabs. Og Bálak mælti við hann: «Hvat segði Harrin?» Tá flutti hann spáljóð sítt og mælti: «Rís upp Bálak og lurta eftir, Zippors sonur gev mær ljóð! Guð er ikki maður, at hann gitur logið, ikki mansbarn, at hann gitur iðrað seg! Man hann siga nakað og ikki gera tað? Man hann tala nakað og ikki evna tað? Til tess at vælsigna eri eg sendur; tí vil eg vælsigna og taki tað ikki aftur! Eingin neyð sæst í Jákupi, ongar treytir í Ísrael. Harrin, Guð hans, er við honum; hjá honum ljóðar kongsfagnaður. Sá Guð, ið leiddi teir úr Egyptalandi, er honum eins og horn villoksans. Tí móti Jákupi batar eingin gandur, eingin fjølkunna móti Ísrael. Nú verður tað sagt um Jákup og Ísrael: Hvat hevur Guð gjørt? Sí, tjóð, sum rísur upp eins og ljónið, ríkur á føtur eins og kvennljónið og legst ikki aftur, fyrr enn tað hevur etið bráð og drukkið vigna manna blóð!» Tá mælti Bálak við Bileam: «Vilt tú ikki biðja bølbøn yvir teir, eigur tú, ið hvussu er, ikki at vælsigna teir!» Men Bileam svaraði og segði við Bálak: «Havi eg ikki sagt tær, at alt, sum Harrin sigur, tað vil eg gera?» Tá mælti Bálak við Bileam: «Kom lat meg føra teg á annan stað; kanska tað líkar Guði, at tú haðan biður mær bølbøn yvir teir.» Bálak tók nú Bileam við sær niðan á Peors fjallatind, ið dagar høgt fyri oman reynið. Og Bileam segði við Bálak: «Reis mær sjey altar her og fá mær higar sjey tarvar og sjey veðrar.» Bálak gjørdi, eins og Bileam beyð, og hann ofraði tarv og veðr á hvørjum altari.
Tá ið Bileam sá, at tað hóvaði Harranum at vælsigna Ísrael, fór hann ikki eins og áður at leita ráð við rúnir, men snúði sær móti oyðimørkini. Og tá ið Bileam leit seg um og bar eyga við Ísrael, har hann lá í herbúðum sínum, ættarfólk við ættarfólk, tá kom andi Guðs yvir hann. Og hann flutti spáljóð sítt og mælti: «Svá mælir Bileam Beorsson, svá mælir maðurin, hvørs eyga er afturlatið; svá mælir hann, sum hoyrir orð Guðs og tekkir ráð hins hægsta, skoðar sjónir hins alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum. Hvør føgur eru tjøld tíni, Jákup, og bústaðir tínir, Ísrael! Eins og víðir dalar, eins og aldingarðar við áarløk, eins og aloetrø, ið Harrin hevur sett niður, eins og sedristrø við vatnið! Vatnið rennur av skjólum hans, og sáðkorni hansara trýtur ikki væta; kongur hans er mætari enn Ágag og kongsdømi hans mikið í metum! Sá Guð, ið leiddi teir úr Egyptalandi, er honum eins og horn villoksans, hann týnir tjóðir, ið rísa móti honum, smildrar bein teirra og morlar teirra lendar. Hann leggur seg niður, fer til hvíldar eins og ljónið, eins og kvennljónið, hvør torir reka hann á føtur? Vælsignaður hvør, ið teg vælsignar, bølbiðin hvør, ið teg bølbiður!» Bálak varð tá mikið vreiður inn á Bileam, og hann sló hendurnar saman og segði við Bileam: «Til tess at biðja bølbøn yvir fíggindar mínar søkti eg teg, og sí, nú hevur tú vælsignað teir tríggjar ferðir! Far tær tí sum skjótast heim aftur til tín sjálvs! Eg ætlaði at veita tær mikla sømd, men nú hevur Harrin tikið hana frá tær!» Bileam svaraði Bálaki: «Segði eg ikki við ørindrekar tínar, sum tú sendi til mín: Um so Bálak gevur mær hús síni full av silvuri og gulli, kann eg ikki gera ímóti boði Harrans til at gera gott ella ilt eftir mínum egna tykki; tað, sum Harrin sigur, vil eg tala. Sí, eg fari nú heim aftur til fólks míns, men fyrst vil eg lata teg vita, hvat henda tjóð man gera tíni tjóð í komandi døgum.» Hann flutti tá spáljóð sítt og mælti: «Svá sigur Bileam Beorsson, svá sigur maðurin, hvørs eyga er afturlatið. Svá mælir hann, ið hoyrir orð Guðs og tekkir ráð hins hægsta, skoðar sjónir hins alvalda, nígandi niður við upplatnum eygum. Eg síggi hann, tó ikki nú, eg hómi hann, tó ikki í nánd. Stjørna rennur upp av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael. Hann morlar tunnvanga Móabs og hviril alra Sets sona. Edóm verður tegnland, teir, ið komast undan Se'ir, bera ikki boðini heim, men Ísrael vinnur mikið veldi, og Jákup kúgar fíggindar sínar.» Men tá ið hann bar eyga við Ámalekitar, flutti hann aftur spáljóð sítt: «Fremstur millum tjóða er Ámalek, men at endanum má hann lúta!» Og tá ið hann sá Kenitarnar, flutti hann spáljóð sítt og mælti: «Óvikandi er bústaður tín og reiður títt bygt á kletti; men tó er Káini oyðing vís. Nær verður tað? Assur man føra teg hertiknan burtur!» Síðan flutti hann spáljóð sítt og mælti: «Vei, hvør verður á lívi, tá ið Guð letur hatta bera á? Skip koma vestan frá Kitta strond, tey kúga Assur, tey kúga Eber; men eisini hann má lúta!» Síðan reis Bileam og fór heim aftur til sín sjálvs. Og eisini Bálak fór leið sína.
Meðan Ísraelsmenn dvaldu í Sjittim, fór fólkið at dríva hor við Móabs døtrum; tær buðu fólkinum til offurveitslu hjá gudum sínum, og fólkið át og tilbað gudar teirra. Men av tí at Ísrael soleiðis hevði samlag við Báal-Peor, tendraðist vreiði Harrans ímóti Ísrael. Og Harrin segði við Móses: «Tak allar oddamenn fólksins og hong teir út á berajól fyri Harranum, til tess at brennandi bræði Harrans má víkja frá Ísrael.» Móses segði tá við dómarar Ísraels: «Drepið nú hvør hjá sær teir menn, ið hava lagt samlag við Báal-Peor!» Og sí, tá kom ein av Ísraelsmonnum og hevði við sær midianitiska konu til brøður sínar beint fyri eygunum á Mósesi og øllum savnaði Ísraelsmanna, meðan teir sótu og grótu fyri durum samfundartjaldsins. Men tá ið Pinehas, sonur Eleazars, sonar Árons prests, sá tað, fór hann út úr miðjum savnaði við spjóti í hendi; og hann elti Ísraelitan inn í skemmuna og rendi spjótið gjøgnum tey bæði, Ísraelitan og konuna, gjøgnum kviðin. Tá veik plágan frá Ísraelsmonnum. Men teir, ið doyðu av pláguni, vóru tjúgu og fýra túsund. Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Pinehas, sonur Eleazars, sonar Árons prests, hevur vent vreiði míni frá Ísraelsmonnum, við tað at hann brann av vandlæti mínum teirra millum; tessvegna havi eg ikki aloytt Ísraelsmenn í vandlæti mínum. Tí skalt tú siga: Sí, honum gevi eg friðarsáttmála mín; honum og eftirkomarum hansara skal lutast sáttmáli um ævigt prestadømi, aftur fyri at hann brann av vandlæti vegna Guðs síns og veitti Ísraelsmonnum sáttargerð!» Men hin vigni Ísraelitin, ið vigin var saman við hini midianitisku konuni, æt Zimri Saluson, høvdingi fyri einum kyntátti av Símeons ætt. Men hin vigna midianitiska konan æt Kozbi Zursdóttir; hann var ættarhøvdingi fyri einum kyntátti hjá Midianitum. Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Leggið at Midianitum og vegið teir; tí at teir løgdu at tykkum við lokabrøgdum sínum, sum teir gintu tykkum við í tí, sum bar á við Peor og við Kozbi, dóttur midianitiska høvdingans, tjóðfelaga teirra, sum varð vigin ta ferðina, tá ið plágan herjaði vegna Peor.»
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Minnist væl til at frambera mær í tøkum tíma offurgávur mínar og mat av eldofrum mínum til vælangandi royk. Og tú skalt siga við teir: Hetta er eldofrið, sum tit skulu frambera Harranum: Hvønn dag tvey veturgomul, lýtaleys veðurlomb sum dagligt brennioffur. Annað lambið skalt tú ofra um morgunin og hitt um sólsetur. Og aftur við tí sum grónoffur ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðings hin av olju úr stoyttum oljuberjum – tað er tað dagliga brenniofrið, sum varð ofrað undir Sinai fjalli sum eldoffur og vælangandi roykur til Harrans – og framvegis aftur við tí sum droypioffur eina fjórðings hin av víni aftur við hvørjum lambi. Í halgidóminum skal droypioffur av mjøði verða framborið Harranum. Hitt lambið skalt tú ofra um sólsetur. Við sama grónofri og droypiofri sum um morgunin skalt tú ofra tað, sum eldoffurs vælangandi royk til Harrans. Á hvíludegnum skulu vera tvey veturgomul, lýtaleys lomb og sum grónoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, rørdum við olju, og aftur við tí droypiofrið. Hetta er hvíludagsbrenniofrið á hvørjum hvíludegi umframt hitt dagliga brenniofrið við droypiofrinum afturvið. Fyrsta dagin í hvørjum mánaði skulu tit frambera Harranum sum brennioffur tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór; og sum grónoffur aftur við hvørjum tarvi tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, sum grónoffur aftur við hvørjum veðri tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju; og sum grónoffur aftur við hvørjum lambi ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju. Hetta er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur til Harrans; men sum droypioffur teirra, hálva hin av víni aftur við hvørjum tarvi, triðings hin av víni aftur við veðrinum og fjórðings hin av víni aftur við hvørjum lambi. Hetta er mánaðarbrenniofrið, sum eigur at verða ofrað hvønn ársins mánað. Somuleiðis skal verða ofrað Harranum umframt hitt dagliga brenniofrið ein geitarhavur sum syndaoffur við droypiofri sínum afturvið. Men fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar skulu vera páskir fyri Harranum. Og fimtanda dagin í sama mánaði skal vera hátíð, í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Fyrsta dagin skal vera halgistevna, tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu. Tit skulu frambera Harranum sum eldoffur, brennioffur, tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb – lýtaleys djór skulu tit taka. Og sum grónoffur aftur við tí skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum tarvi, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum, og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. Framvegis ein havur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð. Hetta skulu tit ofra umframt morgunbrenniofrið, tað dagliga brenniofrið. Tílík offur skulu tit frambera hvønn dag í sjey dagar sum eldoffurmat og vælangandi royk til Harrans. Aftur við tí skal verða ofrað droypiofrið umframt dagliga brenniofrið. Sjeynda dagin skulu tit halda halgistevnu; tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu. Á frumgróðrardegnum, tá ið tit frambera Harranum grónoffur av tí nýggja gróðrinum á vikuhátíðum tykkara, tá skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu. Og sum brennioffurs vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb; og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum tarvi, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. Eisini skulu tit ofra ein geitarhavur til tess at veita tykkum sáttargerð. Hetta skulu tit ofra umframt dagliga brenniofrið við grónofri afturvið og droypioffur tess, lýtaleys djór skulu tit taka.
Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starvast í nakrari vinnu; tann dagin skulu tit halda við lúðrablástri. Og sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit ofra ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys lomb; og aftur við teimum skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. Og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð, umframt tendringarbrenniofrið við grónofrinum afturvið og hitt dagliga brenniofrið við grónofrinum og droypiofrunum afturvið eftir rættum siði, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans. Tíggjunda dagin í hesum sama sjeynda mánaði skulu tit halda halgistevnu og svølta tykkum og ikki starva í nakrari vinnu. Sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera ungan tarv, veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka; og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum; og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt sáttargerðarsyndaofrið og tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofrum afturvið. Og fimtanda dagin hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu, men halda hátíð fyri Harranum í sjey dagar. Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffur og vælangandi royk Harranum til handar frambera trettan ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka, og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum av teimum trettan tarvunum, tveir tíggjundapartar aftur við hvørjum veðrinum og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum fjúrtan lombunum; framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Annan dagin skulu tit ofra tólv ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór, og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; og framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Triðja dagin skulu tit ofra ellivu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór – og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Fjórða dagin skulu tit ofra tíggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Fimta dagin skulu tit ofra níggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Sætta dagin skulu tit ofra átta tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Sjeynda dagin skulu tit ofra sjey tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Áttanda dagin skulu tit halda hátíðarstevnu og ikki starva í nakrari vinnu. Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffurs vælangandi royk Harranum til handar ofra ein tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór; og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. Hesi offur skulu tit frambera Harranum á hátíðum tykkara umframt heitoffur og sjálvbodnu offur tykkara, hvørt tað eru brennioffur, grónoffur, droypioffur ella takkaroffur.» 30,1 Og Móses talaði til Ísraelsmanna í øllum, so sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Móses talaði við ættarhøvdingar Ísraelsmanna og segði: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Streingir maður Harranum heiti og við eiði leggur á seg fráhald í einumhvørjum, tá má hann ikki bróta orð sítt, men gera í øllum so sum orðið ljóðaði. Streingir kona Harranum heiti og leggur á seg fráhald í einumhvørjum, meðan hon enn er ung heima hjá faðir sínum, og faðir hennara veit um heiti hennara og tað fráhald, sum hon hevur lagt á seg, men einki sigur um tað, tá skulu øll heiti hennara og hvørt fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við. Men um faðir hennara, við tað sama hann fær hetta at vita, meinar henni heiti hennara og tað fráhald, sum hon hevur lagt á seg, tá skulu tey ganga úr gildi, og Harrin man fyrigeva henni, av tí at faðir hennara segði henni nei. Men verður hon gift, meðan hon er bundin av heitum sínum og tí fráhaldi, sum hon í gáloysi hevur lagt á seg, og maður hennara fær tað at vita, men sigur einki um tað, tá skulu heiti hennara og tað fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við. Men um maður hennara, so skjótt sum hann fær tað at vita, meinar henni tað, ger hann til einkis tey heiti, sum hon er bundin av, og tað fráhald, sum hon í gáloysi hevði lagt á seg, og Harrin man fyrigeva henni. Men heiti, sum einkja ella afturrikin kona streingir, og hvørjum fráhaldi, sum hon leggur á seg, skal hon vera skyldubundin av. Um hon streingir heiti heima í húsi mans síns, og hon við eiði leggur á seg fráhald í einumhvørjum, og maður hennara fær tað at vita, men sigur einki um tað og ikki meinar henni tað, tá skulu øll heiti hennara og hvørt eitt fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við. Men um maður hennara, við tað sama hann fær tað at vita, ónýtir henni tað, sum var farið yvir varrar hennara, hvørt tað er heiti ella eitthvørt fráhald, tá skal tað ikki standa við; maður hennara hevur gjørt tað ónýtt, og Harrin man fyrigeva henni. Hvørt eitt heiti og hvørt eitt fráhald, sum hon við eiði hevur lagt á seg um at svølta seg, kann maður hennara staðfesta ella gera til einkis. Men sigur maður hennara einki við hana til dagin eftir, tá staðfestir hann øll heiti hennara og hvørt eitt fráhald, ið hon hevur lagt á seg; hann staðfestir tey, av tí at hann einki segði við hana, tá ið hann fekk tað at vita. Men ónýtir hann tey eina tíð eftir, at hann hevur fingið tað at vita, tá skal hann bøta fyri misgerð hennara.» Hesar eru tær skipanir, sum Harrin beyð Mósesi at seta í gildi millum mans og konu og millum faðirs og dóttur, sum er ung og býr heima hjá faðir sínum.
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Hevn Ísraelsmanna á Midianitar; síðan skalt tú savnast til fedra tína.» Tá talaði Móses við fólkið og segði: «Búgvið út menn av tykkum til at fara herferð og herja á Midianitar og fullføra hevnd Harrans á teir. Túsund mans av hvørji ætt av øllum ættum Ísraels skulu tit búgva út til hernaðar.» Av túsundum Ísraels vórðu tá tiknir túsund mans av hvørji ætt, tólv túsund herbúnir menn í alt. Síðan sendi Móses teir í hernað, túsund mans av hvørji ætt og við teimum Pinehas, son Eleazars prests, ið hevði við sær hini halgu amboð og glymlúðrarnar. Teir løgdu til orrustu við Midianitar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, og drópu allar kallmenn; og millum aðrar vignar menn drópu teir kongar Midians, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba, Midians fimm kongar, eisini Bileam Beorsson drópu teir við svørði. Ísraelsmenn hertóku konur og børn Midianita og rændu allan fenað og allar fæflokkar og allar ognir teirra; og allar borgir og bústaðir og allar tjaldbygdir teirra brendu teir. Teir tóku alt ránsfæið og allan herfongin bæði av fólki og fenaði og førdu Mósesi og Eleazari presti og savnaði Ísraelsmanna tað hertikna fólkið, ránsfæið og herfongin í herbúðirnar á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko. Men Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar savnaðarins fóru ímóti teimum út um herbúðirnar, og Móses reiddist inn á herhøvdingarnar, ið komu aftur av herferðini, bæði á teir, ið stóðu á odda fyri túsundum, og teir, ið stóðu á odda fyri hundraðum; og Móses segði við teir: «Hava tit latið allar konur teirra vera á lívi? Sí, tað vóru jú tær, sum av Bileams ráðum tøldu Ísraelsmenn til ótrúskap móti Harranum vegna Peors, so at plágan kom yvir savnað Harrans! Drepið tí øll sveinbørn og allar konur, ið hava havt samlegu við menn; men allar gentur, sum ikki hava havt samlegu við menn, skulu tit lata liva tykkum til handa. Sjálvir skulu tit hølast fyri uttan herbúðirnar í sjey dagar; og hvør tykkara, sum hevur dripið einhvønn ella nortið við einhvønn vignan, skal reinsa seg á triðja degi og á sjeynda degi, bæði tit og teir, ið tit hava hertikið. Og hvørt eitt klæði og allar lutir av skinni og alt, sum er gjørt úr geitarhárum, og øll træílát skulu tit reinsa.» Og Eleazar prestur segði við hermenninar, sum høvdu verið við í bardaganum: «Hetta er tað lógboð, sum Harrin hevur givið Mósesi: Einans gull og silvur, kopar, jarn, tin og blýggj, alt, sum tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum eld, so at tað verður reint, tó skulu tit eisini reinsa tað við reinsanarvatni; men alt, sum ikki tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum vatn. Og tit skulu tváa klæði tykkara á sjeynda degi og eru tá reinir. Síðan mega tit koma aftur í herbúðirnar.» Og Harrin talaði við Móses og segði: «Saman við Eleazari presti og ættarhøvdingum savnaðarins skalt tú telja tann hertikna fongin bæði av fólki og fenaði og skifta hann sundur í tvey, soleiðis at teir, sum fóru í hernað og vóru við í bardaganum, fáa annan helmingin og allur savnaðurin hin. Og tú skalt taka Harranum skattgjald av teimum hermonnunum, sum fóru í hernað, eina skepnu av hvørjum fimm hundraðum, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum; av teirra helmingi skalt tú taka tað og fáa Eleazari presti tað sum avskurðaroffur Harranum til handar. Men av tí helmingi, ið lutast hinum Ísraelsmonnum, skalt tú taka eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum, av øllum fenaði, og flýggja tað Levitunum, ið hava umsjón við tjaldtempli Harrans.» Og Móses og Eleazar prestur gjørdu eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Men herfongurin, tað, sum eftir var av tí ránsfæ, sum herfólkið hevði rænt, kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm túsund seyðir, sjeyti og tvey túsund neyt, seksti og eitt túsund asnar, og av fólki, av konum, ið ikki høvdu havt samlegu við menn, vóru tríati og tvey túsund. Tann helmingurin, ið lutaðist teimum, ið høvdu verið í bardaganum, kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir, skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm seyðir, tríati og seks túsund neyt – skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í sjeyti og tvey – tríati túsund og fimm hundrað asnar – skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seksti og ein – sekstan túsund mans – av hesum var skattgjaldið til Harrans tríati og tveir. Og Móses fekk Eleazari presti hetta avskurðarskattgjald til Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Hin helmingin, sum hinir Ísraelsmenn fingu, og sum Móses tók burturav frá teimum, sum høvdu verið í bardaga – helmingur savnaðarins kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir, tríati og seks túsund neyt, tríati túsund og fimm hundrað asnar og av monnum sekstan túsund – av helminginum, sum hinir Ísraelsmenn fingu, tók Móses eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum og fenaði, og fekk tað Levitum, sum høvdu umsjón við tjaldtempli Harrans – eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Tá gingu herhøvdingarnir, oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum fram fyri Móses og søgdu við hann: «Vit tænarar tínir taldu hermenninar, sum vit høvdu við okkum, og vit saknaðu ongan teirra. Tí koma vit nú fram fyri Harran hvør við síni offurgávu av gullgripum, sum hann kom fram á, armringar, armbond, fingurgull, oyrnagull og hálsmen, til tess at veita okkum sáttargerð frammi fyri Harranum.» Móses og Eleazar prestur tóku nú við hesum gulli frá teimum; tað var alskyns listasmíði. Alt tað gull, ið oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum góvu Harranum sum avskurðaroffur, kom upp í sekstan túsund og sjey hundrað og fimmti siklar. Hermenninir høvdu tikið herfong hvør sær. Tá ið Móses og Eleazar prestur høvdu tikið við gullinum av oddamonnunum fyri túsundum og av oddamonnunum fyri hundraðum, fluttu teir tað inn í samfundartjaldið til áminningar frammi fyri Harranum um Ísraelsmenn.
Rubenitar og Gáditar áttu nú ovurmiklar fæflokkar; og tá ið teir sóu, at landið um Jázer og Gilead land var frálíkt beiti fyri fenað, komu teir og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar savnaðarins: «Átarot, Dibon, Jázer, Nimra, Hesjbon, Eleale, Sebam, Nebo og Beon, landið, sum Harrin hevur vunnið fyri savnað Ísraels, er frálíkt beitilendi hjá fenaði, og tænarar tínir eiga jú fæflokkar.» Og teir søgdu: «Um vit hava fingið náði fyri eygum tínum, tá lat tænarar tínar fáa hetta land til ognar og før okkum ikki yvir Jórdan!» Men Móses svaraði Gáditum og Rubenitum: «Skulu brøður tykkara fara í bardaga og tit vera eftir her? Hví taka tit dirvið frá Ísraelsmonnum til at fara yvirum inn í landið, sum Harrin hevur givið teimum? Soleiðis gjørdu eisini fedrar tykkara, tá ið eg sendi teir frá Kádesj-Barnea til at hyggja at landinum; teir fóru norður í Esjkoldalin og hugdu at landinum, men tóku síðan dirvið frá Ísraelsmonnum, so at teir ikki fóru inn í tað landið, sum Harrin hevði givið teimum. Tann dagin tendraðist vreiði Harrans, so at hann svór og segði: Eingin av teimum monnum, ið fóru út úr Egyptalandi frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, skal fáa tað land at síggja, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, fyri at teir ikki fylgdu mær av heilum huga – eingin uttan Kenizzitin Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson, tí at teir fylgdu mær av heilum huga. Og Harrin reiddist mikið inn á Ísrael og læt teir reika um oyðimørkina í fjøruti ár, hagar til alt tað ættarliðið var farið í grøvina, sum hevði gjørt tað, sum ilt var í eygum Harrans. Og sí, nú hava tit tikið við eftir fedrum tykkara til at vera ólýdnir, tykkara syndiga harkalið, og hava birt upp undir vreiði Harrans móti Ísrael! Tí at víkja tit frá honum, tá man hann lata teir reika enn longur um oyðimørkina, og tá verða tit øllum hesum fólki atvold í glatan.» Teir gingu tá til hansara og søgdu: «Vit vilja einans byggja fæflokkum okkara byrgi her og húskjum okkara borgir; men sjálvir vilja vit búgvast til at fara í bardaga á odda fyri Ísraelsmonnum, hagar til vit hava fingið teir á stað sín, men húski okkara skulu vera eftir í teimum víggirdu borgunum óttaleys fyri íbúgvum landsins. Ikki fara vit heim aftur, fyrr enn Ísraelsmenn hava fingið hvør sín arvalut. Men vit skulu ongastaðni hinumegin Jórdan hava arvalut saman við teimum, tí at vit hava fingið okkara arvalut her fyri eystan Jórdan.» Tá segði Móses við teir: «Ja, vilja tit gera hetta, búgva tit tykkum til bardaga fyri ásjón Harrans, og allir vígførir menn tykkara fara yvir um Jórdan fyri ásjón Harrans og verða har, hagar til hann hevur rikið allar fíggindar sínar undan sær, og teir ikki venda heim aftur, fyrr enn landið liggur kúgað fyri ásjón Harrans, tá skulu tit vera ósekir bæði fyri Harranum og fyri Ísrael, og hetta landið skal ognast tykkum fyri ásjón Harrans. Men gera tit ikki hetta, tá synda tit móti Harranum, og tit skulu fáa at royna, at synd tykkara kemur tykkum aftur um brekku! Byggið nú húskjum tykkara borgir og fenaði tykkara byrgi og gerið tað, sum tit hava sagt!» Tá søgdu Gáditar og Rubenitar við Móses: «Tænarar tínir vilja gera, eins og tú býður, harri. Børn og konur okkara, fæflokkar og allur fenaður okkara skulu verða eftir her í borgunum í Gilead, men tænarar tínir, allir, sum førir eru til víggja, skulu fara yvirum fyri ásjón Harrans í bardaga, eins og tú býður, harri.» Tá beyð Móses Eleazari presti og Jósva Nunssyni og ættarhøvdingum Ísraelsmanna og segði við teir: «Fara allir Gáditar og allir Rubenitar, sum førir eru til víggja, yvir um Jórdan við tykkum fyri ásjón Harrans, og landið verður tykkum undirlagt, tá skulu tit lata teir fáa Gilead land; men fara teir ikki herbúnir yvir við tykkum, tá skulu teir fáa ognarlut sín saman við tykkum í Kánáanlandi.» Tá svaraðu Gáditar og Rubenitar og søgdu: «Tað, sum Harrin hevur sagt við tænarar tínar, vilja vit gera; vit vilja herbúnir fyri ásjón Harrans fara yvirum í Kánáanland, men arvalutur okkara skal vera hesumegin Jórdan.» Tá gav Móses Gáditum og Rubenitum og hálvu ætt Manasse Jósefssonar ríkið hjá Sihoni, kongi Ámorita, og ríkið hjá Og, kongi av Básjan, landið við borgunum fyri innan alt landamarkið, borgirnar víða hvar í landinum. Gáditar bygdu tá upp aftur Dibon, Átarot, Ároer, Átarot-Sjófan, Jázer, Jogbeha, Bet-Nimra og Bet-Háran, tað vóru víggirdar borgir og byrgi fyri fenað. Og Rubenitar bygdu upp aftur Hesjbon, Eleale, Kirjatáim, Nebo, Báal-Meon, sum teir góvu onnur nøvn, og Sibma. Og teir nevndu borgirnar, sum teir bygdu, við nýggjum nøvnum. Men synir Mákirs Manassesonar fóru til Gilead og løgdu tað undir seg og róku burtur teir Ámoritar, sum har búðu. Móses gav Mákiri Manassesyni Gilead, og hann settist niður har. Jáir Manasseson fór og legði undir seg tjaldbygdir teirra; og hann nevndi tær tjaldbygdir Jáirs. Og Nóba fór og legði undir seg Kenat og bygdirnar kring hana; og hann nevndi hana Nóba eftir sínum egna navni.
Hesir vóru teir ferðavegir, sum Ísraelsmenn gingu, tá ið teir fóru út úr Egyptalandi, leiddir av Mósesi og Ároni, hvør herfjøldin fyri seg. Eftir boði Harrans skrásetti Móses fráfaringarstaðir og ferðavegir teirra; og hesir eru ferðavegir teirra eftir teimum støðum, sum teir hildu útfrá: Teir hildu út úr Rámeses á fimtanda degi hins fyrsta mánaðar; tað var dagin eftir páskir, at Ísraelsmenn fóru avstað undir verndarhond fyri eygum alra Egypta, meðan Egyptar fingust við at jarða allar frumburðir sínar, sum Harrin hevði dripið hjá teimum, tí at Harrin hevði latið revsidómar ganga yvir gudar teirra. Og Ísraelsmenn fóru út úr Rámeses og settu herbúðir sínar í Sukkot. Síðan hildu teir út úr Sukkot og settu herbúðir sínar í Etam, har sum oyðimørkin trýtur. Og teir hildu út úr Etam og fóru í bugi móti Pi-Hákirot áraka Báal-Sefon og settu herbúðir sínar fyri eystan Migdol. Frá Pi-Hákirot hildu teir út og fóru beint tvørtur um havið inn í oyðimørkina, og teir gingu tríggjar dagsferðir í Etam oyðimørk og settu síðan herbúðir sínar í Mára. Frá Mára hildu teir út og komu til Elim, í Elim vóru tólv vatnslindir og sjeyti pálmatrø, og har settu teir herbúðir sínar. Og teir hildu út úr Elim og settu herbúðir sínar við Reyðahavið. Frá Reyðahavinum hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Sin oyðimørk. Frá Sin oyðimørk hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Dofka. Frá Dofka hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Álusj. Frá Álusj hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Refidim; her hevði fólkið einki vatn at drekka. Síðan hildu teir út úr Refidim og settu herbúðir sínar í Sinai oyðimørk. Frá Sinai oyðimørk hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Kibrot-Hattava. Frá Kibrot-Hattava hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Házerot. Frá Házerot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ritma. Frá Ritma hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Rimmon-Perez. Frá Rimmon-Perez hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Libna. Frá Libna hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Rissa. Frá Rissa hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Keheláta. Frá Keheláta hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Sjefer fjalli. Frá Sjefer fjalli hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hárada. Frá Hárada hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Makhelot. Frá Makhelot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Táhat. Frá Táhat hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Tára. Frá Tára hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Mitka. Frá Mitka hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hasjmona. Frá Hasjmona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Móserot. Frá Móserot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Bene-Jáakan. Frá Bene-Jáakan hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hór-Haggidgad. Frá Hór-Haggidgad hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Jotbata. Frá Jotbata hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ábrona. Frá Ábrona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ezjon-Geber. Frá Ezjon-Geber hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Zin oyðimørk, tað er Kádesj. Frá Kádesj hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Hór fjalli við Edóms landamark. Og Áron prestur fór eftir boði Harrans niðan á Hór fjall og andaðist har á fjørutiunda ári eftir burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi á fyrsta degi hins fimta mánaðar. Áron var eitt hundrað og tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann andaðist á Hór fjalli. Men Kánáanitin, kongurin av Árad, sum búði á suðurlandinum í Kánáanlandi, fekk fregn av komu Ísraelsmanna. Síðan hildu teir avstað frá Hór fjalli og settu herbúðir sínar í Zalmona. Frá Zalmona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Púnon. Frá Púnon hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Óbot. Frá Óbot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ijje-Háabarim við Móabs landamark. Frá Ijje-Háabarim hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Dibon-Gád. Frá Dibon-Gád hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Almon-Diblatáim. Frá Almon-Diblatáim hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Ábarim fjøllum fyri eystan Nebo. Frá Ábarim fjøllum hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko. Har settu teir herbúðir sínar við Jórdan frá Bet-Jesjimot og til Ábel-Sjittim á Móabs slættanum. Og Harrin talaði við Móses á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma yvir um Jórdan inn í Kánáanland, tá skulu tit reka undan tykkum allar íbúgvar landsins og beina fyri øllum myndaverkum teirra, øllum teirra stoyptu myndum skulu tit beina fyri og ríva niður allar offurheyggjar teirra; tit skulu leggja landið undir tykkum og byggja tað; tí at tykkum havi eg givið landið til ognar. Og tit skulu skifta landið sundur við lutkasti millum tykkara eftir ættargreinum tykkara, soleiðis at fjølment ætt fær miklan arvalut og fáment ætt lítlan arvalut. Tað, sum hvørjum lutast við lutkasti, tað skal vera hansara ogn. Eftir ættum fedra tykkara skulu tit skifta landið sundur millum tykkara. Men reka tit ikki íbúgvar landsins burtur undan tykkum, tá skulu teir, sum tit lata vera eftir av teimum, verða tornir í eygum tykkara og broddar í síðum tykkara; og teir skulu treingja tykkum í landinum, sum tit búgva í. Og tá geri eg við tykkum tað, sum eg hevði ætlað at gera við teir.»
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Tá ið tit koma inn í Kánáanland, tá skal tað vera landið, ið tykkum skal ognast, Kánáanland alt at ytstu markum. Markið hjá tykkum fyri sunnan skal ganga frá Zin oyðimørk fram við Edóm. Móti eystri skal suðurmarkið byrja frá Salthavinum. Haðan skal markið ganga í bugi suður um Sporðdrekaskarðið, náa til Zin og enda fyri sunnan Kádesj-Barneu. Síðan skal tað ganga til Házar-Addar og náa til Azmon. Frá Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalands á og enda úti við sjógvin. Móti vestri skal havið mikla vera landamark tykkara. Tað skal vera vesturmarkið hjá tykkum. Hetta skal vera landamark tykkara fyri norðan: Frá havinum mikla skulu tit marka tað av alt at Hór fjallinum. Frá Hór fjallinum skulu tit marka av allan vegin, hagar leið liggur til Hámat, og haðan alla leið til Zedad; síðan skal landamarkið ganga til Zifron og enda við Házar-Enan; tað skal vera markið fyri norðan. Fyri eystan skulu tit lata landamarkið ganga frá Házar-Enan til Sjefam; framvegis skal landamarkið ganga frá Sjefam til Ribla fyri eystan Ájin og longur oman á fjallaryggin fyri eystan Kinneret vatnið. Haðan skal landamarkið ganga oman við Jórdan og enda í Salthavinum. Hetta skal vera landamarkið kring um tað land, ið skal verða tykkara.» Móses beyð nú Ísraelsmonnum og segði: «Hetta er tað land, sum tit skulu skifta sundur millum tykkara við lutkasti, og sum eftir boði Harrans skal verða givið teimum níggju ættunum og hini hálvu. Tí at Rubens ætt og Gáds ætt og hálva Manasse ætt, hvør ættargrein fyri seg, hava longu fingið sín arvalut. Tvær ættir og ein hálv hava fingið sín arvalut hinumegin Jórdan áraka Jeriko fyri eystan, har ið sól rísur.» Og Harrin talaði við Móses og segði: «Hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu skifta landið sundur millum tykkara: Eleazar prestur og Jósva Nunsson; og umframt teir skulu tit taka ein høvdinga av hvørji ætt til at skifta landið sundur. Og hesi eru nøvn mannanna: Av Júda ætt Káleb Jefunneson; av ætt Símeons sona, Sjemuel Ammihudsson; av Benjamins ætt, Elidad Kislonsson; av Dáns ætt ein høvdinga, Bukki Joglison; av sonum Jósefs: Av ætt Manasse sona ein høvdinga, Hanniel Efodsson; av ætt Efraims sona ein høvdinga, Kemúel Sjiftansson; av ætt Zebulons sona ein høvdinga, Elizafan Parnaksson; av ætt Issakars sona ein høvdinga, Paltiel Azzansson; av ætt Ásjers sona ein høvdinga, Áhihud Sjelomison; av ætt Naftali sona ein høvdinga, Pedael Ammihudsson.» Hesir vóru teir, ið Harrin skipaði til at skifta Kánáanland sundur millum Ísraelsmanna.
Harrin talaði framvegis við Móses á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu geva Levitunum burtur av arvalutum sínum borgir til at búgva í; somuleiðis skulu tit geva Levitunum beitilendi kring um borgir teirra. Borgirnar skulu teir hava at búgva í og beitilendini fyri fenað og fæflokkar og onnur djór. Beitilendini um borgirnar, sum tit geva Levitunum, skulu røkka túsund alnir út frá borgargarðinum alt íkring. Og uttan fyri borgina á eystursíðuni skulu tit mála tvey túsund alnir, á suðursíðuni tvey túsund alnir, á vestursíðuni tvey túsund alnir og á norðursíðuni tvey túsund alnir, í miðjuni skal borgin vera. Hetta skulu teir hava sum beitilendi kring um borgirnar. Men av borgunum, sum tit fáa Levitunum, skulu seks vera griðstaðir, hagar drápsmenn mega forða sær, og umframt hesar skulu tit fáa teimum fjøruti og tvær borgir. Borgirnar, sum tit fáa Levitunum, skulu soleiðis vera í alt fjøruti og átta borgir við beitilendum sínum. Tá ið tit nú lata hesar borgir burtur av ognum Ísraelsmanna, skulu fjølmentar ættir lata meiri og fámentar minni; hvør skal fáa Levitunum av borgum sínum samsvarandi tí arvaluti, sum honum hevur ognast.» Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma yvir um Jórdan, inn í Kánáanland, skulu tit velja tykkum høgligar borgir, ið tit skulu hava sum griðstaðir, hagar drápsmenn mega forða sær, tá ið teir av misgáu hava verið manni at bana. Hesar borgir skulu vera tykkum til vernd undan blóðhevnarum, so at banamaðurin ikki týnir lívið, áður enn hann hevur komið fyri savnaðin til dóms. Seks skulu borgirnar vera, ið tit lata til griðstaðir. Tríggjar skulu tit lata hinumegin Jórdan og tríggjar í Kánáanlandi; tær skulu vera griðstaðir; bæði fyri Ísraelsmenn og útisetan og niðursetumannin tykkara millum skulu hesar borgir vera til verndar, hagar hvør kann bjarga sær, sum av misgáu hevur verið manni at bana. Men verður hann einumhvørjum at bana við jarnamboði, tá er hann drápsmaður; og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív; og verður hann manni at bana við steini, sum hann hevur í hendi, og sum er førur fyri at veita bana, tá er hann drápsmaður, og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív; ella hann verður manni at bana við træamboði, sum hann hevur í hendi, og sum kann veita bana, tá er hann drápsmaður, og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív. Blóðhevnarin skal drepa drápsmannin; so skjótt sum hann kemur fram á hann, skal hann drepa hann. Somuleiðis um hann av hatri rennir undir hann, ella hann av avráddum huga kastar eitthvørt eftir honum, so at hann doyr, ella hann í fíggindskapi slær hann við hondini, so at hann doyr av tí, tá skal tann, ið sló, eirindaleyst láta lív, hann er drápsmaður, og blóðhevnarin skal drepa drápsmannin, so skjótt sum hann kemur fram á hann. Men um hann í bráðræsi rennir undir hann, ikki í fíggindskapi, ella av óvart blakar eitthvørt amboð eftir honum, ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum kann elva deyða, so at tað verður honum at bana, og var tó ikki fíggindi hans og ætlaði ikki at gera honum nakað mein, tá skal savnaðurin døma millum banamannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum. Og savnaðurin skal hjálpa banamanninum undan blóðhevnaranum og flyta hann aftur í griðstað sín, sum hann var flýddur til, og har skal hann dvølja, hagar til høvuðspresturin, ið salvaður er við hini heilagu oljuni, er deyður. Men kemur banamaðurin út um markaskil griðstaðar síns, ið hann er flýddur til, og blóðhevnarin hittir hann fyri uttan markaskil griðstaðar hans, tá hevur blóðhevnarin loyvi at drepa banamannin uttan at verða blóðsekur; tí at banamaðurin skal verða í griðstaði sínum, hagar til høvuðspresturin doyr; men tá ið høvuðspresturin er deyður, tá má hann koma aftur hagar, sum hann hevur óðal sítt. Hetta skal vera lóg hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara. Verður einhvør manni at bana, skulu fleiri vitni verða hoyrd, áður enn banamaðurin verður dripin; maður má ikki verða dømdur til deyða eftir framburði av einans einum vitni. Tit mega ikki taka bøtur fyri banamann, sum er deyðasekur; hann eigur at týna lívið. Heldur ikki mega tit taka bøtur, til tess at tann, ið flýddur er í griðstað sín, má koma aftur á óðal sítt, áður enn høvuðspresturin er deyður. Tit mega ikki vanhalga tað land, sum tit búgva í, tí at blóðið vanhalgar landið, og landið fær einans sáttargerð fyri tað blóð, sum verður úthelt í tí, við blóði hans, ið úthelti tað. Tit mega ikki gera tað landið óreint, sum tit búgva í, og har eg havi bústað mín, tí at eg, Harrin, búgvi millum Ísraelsmanna.»
Men ættarhøvdingarnir av ættargrein Gileads sona, Mákirssonar, Manassesonar, av ættargreinum Jósefs sona, gingu fram fyri Móses, høvuðsmenninar og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og mæltu orðum, og teir søgdu: «Harrin hevur boðið tær, harri, at skifta landið sundur millum Ísraelsmenn við lutkasti; og tær, harri, var eisini boðið av Harranum at lata arvalutin hjá Zelofhad, frænda okkara, til døtur hansara. Verða tær nú giftar monnum av øðrum ættargreinum Ísraelsmanna, tá verður jú arvalutur teirra tikin burtur av arvaluti fedra vára og verður lagdur aftur at arvalutinum hjá tí ættargrein, sum tær verða giftar inn í, so at minkað verður um okkara arvalut. Og tá ið fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, tá verður arvalutur teirra lagdur aftur at arvalutinum hjá teimum ættum, sum tær vóru giftar inn í; og soleiðis verður minkað um arvalutin hjá ætt fedra vára við arvaluti teirra.» Tá gav Móses Ísraelsmonnum hesi boð eftir orðum Harrans: «Menninir av Jósefs ætt hava rætt í tí, teir siga. Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið viðvíkjandi døtrum Zelofhads: Tær mega verða giftar hvørjum, tær vilja, tó skal tað verða manni av kyntátti faðirsættar teirra. Eingin arvalutur hjá Ísraelsmonnum má fara úr eini ætt yvir í aðra, men hvør maður í Ísrael skal halda fast við arvalutin hjá faðirsætt síni. Hvør dóttir, sum arvar jørð í einihvørji av ættum Ísraelsmanna, skal verða gift manni av kyntátti í faðirsætt síni, so at hvør maður í Ísrael má verða sitandi við jørð fedra sína; eingin arvalutur má fara úr eini ætt yvir í aðra; men ættir Ísraelsmanna skulu halda fast hvør við sín arvalut.» Døtur Zelofhads gjørdu tá, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhads, vórðu giftar sonum hjá faðirbrøðrum sínum. Tær giftust monnum av ættargrein sona Manasse Jósefssonar, og varð soleiðis arvalutur teirra verandi í kyntátti hjá faðirsætt teirra. Hetta vóru tær skipanir og tær lógir, sum Harrin legði fyri Ísraelsmenn við Mósesi á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko.
Hesi eru tey orð, sum Móses talaði við allan Ísrael hinumegin Jórdan, í oyðimørkini, á Árábaslættanum við Suf millum Páran, Tófel, Lában, Házerot og Di-Záhab, ellivu dagsleiðir frá Hóreb til Kádesj-Barneu, tá ið farið verður eftir Se'irs fjøllum. Í fjørutiunda ári á fyrsta degi hins ellivta mánaðar kunngjørdi Móses Ísraelsmonnum alt tað, sum Harrin hevði boðið honum viðvíkjandi teimum, eftir at hann hevði vunnið sigur á Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon, og Og, kongi av Básjan, sum búði í Asjtarot og Edrei. Hinumegin Jórdan í Móabs landi fór Móses undir at kunngera og greina lógina: Harrin, Guð vár, talaði við okkum við Hóreb og segði: «Tit hava nú nóg leingi hølast við hetta fjall. Haldið nú avstað og leggið leiðina til fjallalands Ámorita og til allar grannar teirra á Árábaslættanum, á fjallalandinum og láglandinum, á suðurlandinum við sævarstrondina, inn í land Kánáanita, til Libanons og alt at stóránni Eufrat! Sí, eg fái tykkum landið, farið tí og ognið tykkum tað land, sum eg svór fedrum tykkara Ábrahami, Ísaki og Jákupi og eftirkomarum teirra eftir teir.» Ta ferðina segði eg við tykkum: «Eg fái ikki borið tykkum einsamallur. Harrin, Guð tykkara, hevur margfaldað tykkum, so at tit eru nú sum stjørnur himinsins í tali; og mátti Harrin, Guð fedra tykkara, eisini margfaldað tykkum túsund ferðir enn og vælsignað tykkum, eins og hann hevur fyrijáttað tykkum! Men hvussu fái eg einsamallur borið stríðið og strevið av tykkum og rættartrætum tykkara? Finnið tykkum tí úr hvørji ætt tykkara vísar, vitugar og skilagóðar menn, ið eg fái sett sum høvdingar yvir tykkum.» Tá svaraðu tit mær og søgdu: «Hatta, sum tú sigur, er rætt at gera!» Tí tók eg av høvuðsmonnum fyri ættum tykkara vísar og skilagóðar menn og skipaði teir høvdingar yvir tykkum, høvdingar yvir túsundum, hundraðum, fimmti og tíggju til tess at vera tilsjónarmenn yvir ættum tykkara. Og ta ferðina beyð eg dómarum tykkara og segði: «Lýðið á mál brøðra tykkara og dømið rættvíst, tá ið maður hevur sakarmál, hvørt tað er við tjóðfelaga ella við útiseta! Gerið ikki mannamum í rættinum; lýðið bæði á høgan og lágan; óttist ongan, tí at dómurin er Guðs; og eru tað mál, sum eru tykkum ovboðin, tá komið fram fyri meg við teimum, og eg skal granska tey.» Soleiðis gav eg tykkum ta ferðina boð um alt, ið tit skuldu gera. Síðan hildu vit avstað frá Hóreb og løgdu leiðina gjøgnum alla oyðimørkina miklu og ræðuligu, sum tit hava sæð, til fjallalands Ámorita, eins og Harrin, Guð vár, hevði boðið okkum; og vit komu til Kádesj-Barneu. Tá segði eg við tykkum: «Tit eru nú komin at fjallalandi Ámorita, sum Harrin, Guð vár, fer at geva okkum. Sí, Harrin, Guð tín, leggur landið opið fyri tær; far nú hagar og ogna tær tað, eins og Harrin, Guð fedra tína, hevur sagt tær; óttast ikki og ver við gott treyst.» Tá komu tit allir samlir til mín og søgdu: «Latum okkum senda menn undan okkum, ið skulu kanna landið og koma aftur til okkara við tíðindum um vegin, vit skulu fara og um borgirnar, sum vit koma til.» Mær hóvaði hetta væl; og tí tók eg av tykkum tólv mans, ein av hvørjari ætt. Teir fóru avstað norður í fjallalandið og komu norður í Esjkoldalin og njósnaðust um landið har. Har tóku teir av ávøkstum landsins og høvdu tað við sær aftur til okkara; og teir bóru okkum tíðindi og søgdu: «Tað er eitt frálíkt land, sum Harrin, Guð vár, fer at geva okkum!» Men tit vildu ikki fara hagar og vóru ólýdnir móti boði Harrans, Guðs tykkara. Tit meylaðu í tjøldum tykkara og søgdu: «Av tí at Harrin hatar okkum, hevur hann leitt okkum út úr Egyptalandi til tess at geva okkum upp í hendur Ámorita og beina soleiðis fyri okkum. Hvar skulu vit fara? Brøður okkara hava tikið dirvið úr hjørtum okkara við at siga: Fólkið er bæði størri og sterkari enn vit, og borgirnar eru stórar og víggirdar við himnahøgum gørðum; eisini Ánaks synir bóru vit eyga við!» Men eg segði við tykkum: «Havið gott treyst og óttist ikki fyri teimum! Harrin, Guð tykkara, sum gongur undan tykkum, skal berjast fyri tykkum á sama hátt, sum tit sjálvir sóu hann hjálpa tykkum í Egyptalandi og í oyðimørkini, har tú sást, hvussu Harrin bar teg, eins og maður ber son sín, alla ta leið, sum tit gingu, alt hagar til tit komu á henda stað.» Men hóast hetta troystaðu tit kortini ikki á Harran, Guð tykkara, sum gekk undan tykkum á vegnum til tess at finna tykkum tjaldstaðir – um næturnar í eldi til tess at vísa tykkum vegin, sum tit skuldu ganga, og um dagin í skýggi. Men tá ið Harrin hoyrdi talu tykkara, varð hann vreiður, svór og segði: «Vissuliga skal eingin maður av hesum vánda ættarliði fáa at síggja tað góða landið, sum eg svór at geva fedrum tykkara, uttan Káleb Jefunneson; einans hann skal fáa tað at síggja, honum og sonum hansara gevi eg landið, sum hann hevur sett fót sín á, av tí at hann av heilum huga hevur fylgt Harranum.» Eisini inn á meg vreiddist Harrin tykkara vegna og segði: «Heldur ikki tú skalt koma hagar! Jósva Nunsson, ið stendur fyri ásjón tíni, hann skal koma inn hagar; set dirvi í hann, tí at hann skal luta tað Ísrael til ognar. Smábørn tykkara, sum tit hugsaðu mundu verða fíggindans bráð, børn tykkara, sum í dag ikki vita skil á góðum og illum, tey skulu koma hagar; teimum gevi eg tað; tey skulu arva tað! Men tit skulu snúgva aftur og halda ferðini inn í oyðimørkina til Reyðahavið!» Tá svaraðu tit og søgdu við meg: «Vit hava syndað móti Harranum, Guði várum; nú vilja vit fara hagar í bardaga, eins og Harrin, Guð vár, hevur boðið okkum!» Og tit gyrdu tykkum allir hvør við sínum hervápni og hildu tað vera einsmansverk at halda niðan í fjallalandið. Men Harrin segði við meg: «Sig við teir: Farið ikki hagar og leggið ikki til orrustu, tí at eg eri ikki við tykkum; gera tit tað, fáa tit ósigur av fíggindum tykkara!» Tá talaði eg til tykkara, men tit vildu ikki lurta eftir og vóru ólýdnir móti boði Harrans og hildu drambsligir niðan í fjallalandið. Men tá fóru Ámoritar, sum búðu har í fjallalandinum, út móti tykkum og eltu tykkum eins og býflugur og vógu tykkum alla leið frá Se'ir og alt at Horma. Síðan komu tit aftur og grótu fyri ásjón Harrans; men Harrin hoyrdi ikki bønir tykkara og vildi ikki lýða á tykkum. Og tá máttu tit verða verandi í Kádesj alla ta longu tíð, sum tit dvaldu har.
Síðan snúðust vit og hildu ferðini inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavið, eins og Harrin hevði boðið mær; og í nógvar dagar gingu vit kring um Se'irs fjøll. Tá segði Harrin við meg: «Tit hava nú farið nóg leingi kring hesi fjøll, haldið nú norðureftir! Men bjóða tú fólkinum og sig: Tá ið tit nú fara gjøgnum land brøðra tykkara, Esavs sona, sum búgva í Se'ir, og teir verða ræddir fyri tykkum, tá skulu tit vandaliga ansa eftir ongan ófrið at gera teimum, tí ikki vil eg geva tykkum so mikið, sum tit seta fótin á, av landi teirra; Se'irs fjøll havi eg jú givið Esavi til ognar. Tað, sum tykkum er tørvur á til matna, skulu tit keypa frá teimum fyri silvur; og vatnið, sum tit drekka, skulu tit somuleiðis keypa frá teimum fyri silvur. Tí at Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; hann hevur havt umsorgan fyri ferð tíni gjøgnum hesa miklu oyðimørk; í fjøruti ár hevur Harrin, Guð tín, nú verið við tær, og tær hevur einki skortað.» Síðan fóru vit út frá Elat og Ezjon-Geber eftir Árábavegnum yvir um land brøðra vára, Esavs sona, sum búgva í Se'ir, og hildu leiðina í bugi inn í Móabs oyðimørk. Tá segði Harrin við meg: «Gerið tykkum ikki inn á Móabitar og leggið ikki til orrustu við teir, tí at ikki tað minsta sindur gevi eg tær av landi teirra til ognar; Lots sonum havi eg givið Ar til ognar. Emitar búðu har í gomlum døgum, mikil og fjølment tjóð, risavaksnir menn eins og Ánakitar; eisini teir vórðu taldir Refaitar eins og Ánakitar; men Móabitar nevndu teir Emitar. – Í forðum búðu Hóritar í Se'ir; men synir Esavs róku teir burtur og oyddu teir og settust sjálvir niður í landi teirra, eins og Ísrael gjørdi við land sítt, ið Harrin hevur givið teimum til ognar. – Búgvist nú til ferðar og leggið leiðina yvir um Zereddalin.» Síðan fóru vit yvir um Zereddalin. Tríati og átta ár vóru umliðin, frá tí at vit fóru úr Kádesj-Barnea, og til vit fóru yvir um Zereddalin, til alt tað ættarliðið av vígførum monnum var deytt úr herbúðunum – eins og Harrin hevði svorið teimum. Eisini hond Harrans hevði verið móti teimum til tess at oyða teir úr herbúðunum, til eingin teirra var eftir. Men tá ið allir vígførir menn í fólkinum vóru deyðir, tá mælti Harrin hesum orðum við meg: «Tá ið tú nú fert gjøgnum Móabs land, fram við Ar og nærkast Ammonitum, tá skalt tú ikki gera teg inn á teir og ongan ófrið gera teimum, tí at eg gevi tær einki av landi Ammonita til ognar; eg havi givið Lots sonum tað til ognar. – Eisini tað landið er talt land Refaita; Refaitar búðu har í forðum; men Ammonitar nevndu teir Zamzummitar, mikil og fjølment tjóð og stórvaksnir eins og Ánakitar; men Harrin oyddi teir fyri Ammonitar, so at teir ognaðust land teirra og settust niður har, eins og hann gjørdi við synir Esavs, sum búgva í Se'ir, ta ferðina, tá ið hann rak Hóritar undan teimum, so at teir ognaðu sær land teirra og settust niður og búgva har enn í dag; soleiðis var eisini við Avvijitum, sum búðu í torpum alt at Gaza; Kaftoritar komu frá Kaftor og oyddu teir og settust niður í landi teirra. – Búgvist nú til ferðar og leggið leiðina yvir um Arnon ánna. Sí, eg havi givið upp í hendur tínar Ámoritan Sihon, kongin í Hesjbon, og land hansara. Far nú undir at vinna landið og legg tí til orrustu við hann. Frá hesum degi skal eg lata allar tjóðir undir himninum bera ótta og ræðslu fyri tær; um tær hoyra teg gitnan, skulu tær skelva og nøtra fyri tær.» Tá sendi eg úr Kedemot oyðimørk ørindrekar á fund við Sihon kong í Hesjbon við hesum friðarboðum: «Loyv mær at fara gjøgnum land títt; beina leið skal eg halda fram og hvørki víkja til høgru ella vinstru. Tað, sum mær tørvar til matna, skalt tú selja mær fyri silvur; og vatn til at drekka skalt tú somuleiðis fáa mær fyri silvur; loyv mær einans at fara til gongu yvirum, eins og teir loyvdu okkum, synir Esavs, sum búgva í Se'ir, og Móabitar, sum búgva í Ar, so at eg komi yvir um Jórdan inn í tað land, sum Harrin, Guð vár, vil geva okkum.» Men Sihon, kongurin í Hesjbon, vildi ikki sleppa okkum gjøgnum land sítt, av tí at Harrin, Guð tín, hevði gjørt hann treiskan í huga og hert hjarta hansara til tess at geva hann upp í hendur tínar, eins og nú er vorðið. Harrin segði tá við meg: «Sí, eg eri nú farin at geva tær vald á Sihoni og landi hansara; far nú undir at vinna tær land hansara og tak tað til ognar.» Síðan fór Sihon ímóti okkum við øllum monnum sínum og legði til orrustu námundis Jáhza. Men Harrin, Guð vár, læt hann lúta fyri okkum, so at vit vógu hann og synir hans og allar menn hans. Vit tóku allar borgir hansara; og í øllum borgunum bannførdu vit kallar, konur og børn og lótu ongan komast undan. Einans fenaðin tóku vit sum herfong saman við tí, sum vit rændu úr teimum hertiknu borgunum. Frá Ároer, sum stendur við Arnons áarbakka, frá borgini, sum stendur í dalinum, og alt at Gilead var eingin borg, sum vit ikki fingu hertikið. Harrin, Guð okkara, gav okkum vald á øllum. Men tú gjørdi teg ikki inn á land Ammonita, hvørki inn á landið fram við Jabbok ella inn á fjallabygdirnar – eins og Harrin, Guð vár, hevði boðið.
Síðan hildu vit avstað og løgdu leiðina niðan móti Básjan. Tá kom Og, kongur av Básjan, ímóti okkum við øllum monnum sínum til orrustu námundis Edrei. Men Harrin segði við meg: «Ikki skalt tú óttast hann; tí at eg gevi hann og allar menn hans og land hans upp í hendur tínar; og tú skalt fara við honum, eins og tú fórt við Sihoni, kongi Ámorita, sum búði í Hesjbon.» Og Harrin, Guð vár, gav bæði Og, kong í Básjan, og allar menn hans upp í hendur okkara; og vit vógu hann, so at ikki ein teirra komst undan. Vit tóku tá allar borgir hans; eingin borg var, sum vit ikki tóku frá teimum, seksti borgir, alt landið kring Argob, kongaríki Ogs í Básjan. Allar hesar borgir vóru víggirdar við høgum múrum, við liðum og lokum; og umframt hesar tóku vit fjølmangar bygdir, sum ikki vóru víggirdar. Vit avoyddu tær, eins og vit høvdu gjørt við Sihon kong í Hesjbon, og bannførdu í hvørji borg kallar, konur og børn; men fenaðin allan og alt, sum vit rændu úr borgunum, tóku vit sum herfong til okkum sjálvar. Soleiðis tóku vit tá frá báðum Ámoritakongum alt landið hinumegin Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli – Zidonitar nevna Hermon Sirjon, men Ámoritar nevna tað Senir – allar borgirnar á háslættanum, Gilead alt og alt Básjan alt at Salka og Edrei, borgir í kongaríki Ogs í Básjan. – Tí at Og kongur í Básjan er einastur eftir av Refaitum; líkkista hansara, sum er úr jarni, er jú enn til í Rabba hjá Ammonitum; hon er níggju alnir long og fýra alnir breið eftir vanligum alnamáti. – Soleiðis løgdu vit tá hetta landið undir okkum. Landið frá Ároer, sum stendur við Arnons á, og helmingin av Gileads fjallalandi og borgirnar har gav eg Rubenitum og Gáditum; men tað, sum eftir var av Gilead og alt Básjan, kongaríki Ogs, gav eg hálvari Manasse ætt; allan landslutin Argob; hetta Básjan alt verður nevnt Refaitaland. Jáir Manasseson vann sær allan landslutin Argob alt at landamarkum Gesjurita og Máakatita og nevndi landið Jáirs tjaldbygdir eftir sær sjálvum, sum tað eitur enn í dag. Mákir gav eg Gilead. Rubenitum og Gáditum gav eg landið frá Gilead suður at Arnons á, soleiðis at markið gekk í miðjum dali, og alt at Jabboks á, sum er við landamark Ammonita; og Árábaslættan við Jórdan sum mark frá Kinneret til Árába- ella Salthavið eystantil undir fjallalíðum Pisga. Ta ferðina beyð eg tykkum og segði: «Harrin, Guð tykkara, hevur givið tykkum hetta land til ognar; men farið nú herklæddir yvirum á odda fyri brøðrum tykkara Ísraelsmonnum, allir tit, ið førir eru til víggja. Einans konur og børn og fæflokkar tykkara – eg veit, at tit hava miklar fæflokkar – skulu vera eftir í borgum tykkara, sum eg havi givið tykkum, til Harrin eisini veitir brøðrum tykkara hvílu eins og tykkum, og teimum ognast tað land, sum Harrin, Guð tykkara, vil geva tykkum hinumegin Jórdan. Síðan má hvør tykkara snúgvast heim aftur á ognarlut sín, sum eg havi givið tykkum.» Og ta ferðina gav eg Jósva hesi boð: «Tú hevur við egnum eygum sæð alt tað, sum Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt hesum báðum kongunum; soleiðis vil Harrin fara við øllum teimum kongaríkjum, sum tú ert á leið til. Óttist teir ikki, tí at Harrin, Guð tykkara, fer at berjast fyri tykkum.» Ta ferðina bað eg til Harrans og mælti: «O, Harri, drottin, tú ert farin undir at sýna tænara tínum, hvør mikil tú ert, og hvør sterk hond tín er; tí at hvør er tann gudur í himni ella á jørð, ið útinnir tílík verk og ger tílíkar kraftargerðir sum tú? Loyv mær nú at fara yvirum og síggja tað frálíka land, sum er hinumegin Jórdan, hatta fagra fjallaland og Libanon.» Men Harrin var illur við meg tykkara vegna og bønhoyrdi meg ikki; og Harrin segði við meg: «Nú er nóg mikið, tala nú ikki meira við meg um hetta mál; men far nú niðan á Pisga fjallatind og hygg teg um í vestur og norður, í suður og eystur og lít at landinum við eygum tínum, tí at sjálvur skalt tú ikki koma yvir um Jórdan her. Men kalla á Jósva og set dirvi í hann og gev honum mátt, tí at hann er tann, sum skal fara yvirum á odda fyri hesum fólki, og hann skal skifta millum teirra hetta landið, sum tú sært.» Síðan dvaldu vit í dalinum ábeint Bet-Peor.
Hoyr nú, Ísrael, tær fyriskipanir og lógir, sum eg vil kenna tykkum, til tess at tit halda tær, so at tit mega vera á lívi og koma inn í tað land, sum Harrin, Guð fedra tykkara, vil geva tykkum, og fáa tað til ognar. Tit skulu hvørki leggja nakað aftur at ella taka nakað burtur av tí, sum eg bjóði tykkum, men tit skulu halda boð Harrans, Guðs tykkara, sum eg áleggi tykkum. Tit hava jú við egnum eygum sæð, hvat Harrin gjørdi fyri sakir Báal-Peors, hvussu Harrin, Guð tykkara, oyddi allar, sum fylgdu Báal-Peor. Men tit, ið hildu fast við Harran, Guð tykkara, eru allir á lívi enn í dag. Sí, eg skal læra tykkum fyriskipanir og lógir, eins og Harrin, Guð mín, hevur boðið mær, til tess at tit gera eftir teimum í tí landi, sum tit nú fara inn í til tess at ognast tað. Varðveitið tær og haldið tær; tí at tá verða tit navnframir fyri vísdóm og vitsku, soleiðis at aðrar tjóðir, sum hoyra um allar hesar fyriskipanir, fara at siga: «Hatta er av sonnum vitugt og skynsamt fólk, handa mikla tjóð!» Tí at hvør er tann mikla tjóð, sum hevur gudar, ið koma til hennara eins og Harrin, Guð vár, kemur til okkara, hvørja ferð vit ákalla hann? Og hvør er tann mikla tjóð, ið hevur fyriskipanir og lógir eins rættvísar og hetta løgmál, sum eg leggi fram fyri tykkum í dag? Men tú skalt ansa eftir tær og vara teg fyri títt lív ikki at gloyma tað, sum tú við egnum eygum hevur sæð, og ikki lata tað fara tær úr minni allar ævidagar tínar, men kunngera tað eisini børnum og barnabørnum tínum. Gloym ikki dagin, tá ið tú stóðst frammi fyri Harranum, Guði tínum, við Hóreb, tá ið Harrin segði við meg: «Savna mær fólkið saman, so vil eg lata teir hoyra orð míni, til tess at teir læra at óttast meg allar dagar, sum teir liva á jørðini, og kenna børnum sínum tað sama.» Tit gingu tá fram og vórðu standandi undir fjallinum, meðan fjallið logaði alt í eldi upp móti himni, hult í myrkri, skýggi og skaddu. Tá talaði Harrin til tykkara út úr eldinum; men tit hoyrdu einans ljómin av orðunum; ásjón hans sóu tit ikki; einans røddina hoyrdu tit. Og tá kunngjørdi hann tykkum sáttmála sín, sum hann beyð tykkum at halda, hini tíggju boðorðini; og hann ritaði tey á tvær steintalvur. Ta ferðina beyð Harrin mær at kenna tykkum tær fyriskipanir og lógir, sum tit skuldu halda, tá ið tit komu inn í tað landið, sum tit nú stevna móti til tess at ognast tað. Serliga vegna tess at tit onga mynd sóu, tá Harrin talaði til tykkara á Hóreb út úr eldinum, skulu tit ansa eftir tykkum og vara tykkum fyri tykkara lív, at tit ikki spilla tykkum við at gera tykkum skurðgudar, myndir í steini, hvørt tað er í líki kals ella konu, hvørt tað er avmynd av einumhvørjum djóri, sum er á jørðini, ella av einumhvørjum fugli, sum flýgur í loftinum, ella avmynd av einumhvørjum skriðkykti, sum skríður á jørðini, ella av einumhvørjum fiski, sum er í havinum undir jørðini; og tá ið tit líta upp móti himni og síggja sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himinsins, skulu tit ikki lata tykkum tøla til at tilbiðja og dýrka hann; tí at hann hevur Harrin, Guð tykkara, latið allar hinar tjóðirnar undir himni fingið. Men tykkum tók Harrin og leiddi tykkum út úr bræðsluovninum, úr Egyptalandi, til at vera ognarfólk hansara, eins og tit nú eru tað. Men á meg vreiddist Harrin vegna tykkara og svór, at eg ikki skuldi koma yvir um Jórdan og ikki koma inn í tað frálíka landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar; tí at eg skal doyggja í hesum landi og ikki koma yvir um Jórdan; men tit skulu fara yvirum og fáa hetta frálíka landið til ognar. Men tit skulu vara tykkum frá at gloyma tann sáttmála, sum Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt við tykkum, og frá at gera tykkum skurðmynd av nøkrum, sum Harrin, Guð tín, hevur bannað tær. Tí at Harrin, Guð tín, er oyðandi eldur, vandlátur Guð. Tá ið tú nú elur børn og barnabørn, og tit hava verið leingi í landinum, og tit tá spilla tykkum við at gera tykkum skurðgud í einumhvørjum líki og gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, Guðs tíns, til tess at reita hann, tá taki eg í dag bæði himin og jørð til vitni móti tykkum um, at tit brátt skulu verða oyddir úr tí landi, sum tit nú stevna ímóti yvir Jórdan, til tess at fáa tað til ognar; tit skulu ikki liva har mong árini, men vissuliga verða avoyddir! Harrin skal spjaða tykkum út millum tjóðirnar, so at einans fáir verða av tykkum úti millum heidninga teirra, sum Harrin førir tykkum til. Har fara tit at tæna teimum gudum, sum eru handaverk manna, stokkar og steinar, sum hvørki síggja ella hoyra, eta ella lukta. Har munnu tit fara at leita eftir Harranum, Guði tínum, og tú skalt finna hann, um tú leitar av heilum huga og allari sál tíni. Í komandi døgum, tá ið tú ert staddur í neyð, og alt hetta kemur yvir teg, tá manst tú víkja á Harran, Guð tín, og lýða rødd hansara. Tí at miskunnsamur er Harrin, Guð tín; hann koyrir teg ikki frá sær og letur teg ikki farast og gloymir ikki sáttmálan, sum hann svór fedrum tínum. Kanna tí eftir í farnum tíðum, sum hava verið undan tær, alt frá tí degi, tá ið Guð skapaði mannin á jørð, frá einum enda himinsins at øðrum, um tílíkir tilburðir nakrantíð hava verið, ella um nakar veit um tílíkt at siga! Man nøkur tjóð nakrantíð hava hoyrt rødd Guðs tala úr eldi, eins og tú hevur hoyrt tað, og kortini hildið lívi? Ella man nakar gud hava boðið til at koma og vinna sær tjóð burtur úr aðrari tjóð við roynslum og teknum og undrum, við bardaga og sterkari hond, við útrættum armi og øgiligum stórverkum, eins og tit við egnum eygum hava sæð Harran, Guð tykkara, gjørt ímóti tykkum í Egyptalandi? Tú fekst hetta at síggja, til tess at tú skuldi sanna, at Harrin og eingin annar enn hann er Guð. Av himni læt hann teg hoyra rødd sína til tess at geva tær leiðbeining, og á jørðini læt hann teg síggja hin mikla eld sín og læt teg hoyra orð síni út úr eldinum. Og av tí at hann elskaði fedrar tínar og valdi út eftirkomarar teirra eftir teir og leiddi teir sjálvur út úr Egyptalandi við hinum mikla mátti sínum og rak burtur fyri tær tjóðir, ið vóru størri og sterkari enn tú, til tess at leiða teg hagar og lata teg fáa land teirra til ognar, eins og nú er vorðið, tí skalt tú í dag vita og leggja tær í geyma, at Harrin er Guð uppi í himnum og niðri á jørð og eingin annar. Og tú skalt varðveita boð hans og skipanir, sum eg í dag leggi fyri teg, til tess at eydnan má fylgja tær og børnum tínum eftir teg, og til tess at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær um allar ævir. Tá skildi Móses tríggjar borgir frá hinumegin Jórdan eystanfyri, til tess at drápsmaður, sum av óvart hevur verið næsta sínum at bana – og hevur ikki verið honum meinhugaður – kann flýggja inn í eina av teimum borgunum og halda lívinum: Bezer í oyðimørkini á slættlendinum fyri Rubenitar, Rámot í Gilead fyri Gáditar og Gólan í Básjan fyri Manassitar. Hetta er tað løgmál, sum Móses legði fyri Ísraelsmenn; og hetta eru teir vitnisburðir og tær fyriskipanir og lógir, sum Móses kunngjørdi Ísraelsmonnum, tá ið teir fóru úr Egyptalandi, hinumegin Jórdan, í dalinum ábeint Bet-Peor, í landi Sihons, kongs Ámorita, sum búði í Hesjbon, og sum Móses og Ísraelsmenn feldu, tá ið teir komu úr Egyptalandi; og teir løgdu undir seg land hansara og somuleiðis land Og, kongs í Básjan, lond beggja Ámoritakonga hinumegin Jórdan fyri eystan, frá Ároer, sum stendur við Arnons áarbakka, og alt at Sirjon fjalli, tað er Hermon, og allan Árábaslættan hinumegin Jórdan, fyri eystan alt at Árábahavinum undir fjallalíðum Pisga.
Og Móses kallaði saman allan Ísrael og segði við teir: «Hoyr, Ísrael, skipanir og løgboð, sum eg í dag kunngeri tykkum, lærið tey og haldið tey vandaliga. Harrin, Guð vár, gjørdi sáttmála við okkum á Hóreb. Ikki við fedrar okkara gjørdi Harrin henda sáttmála, men við okkum, við allar okkum, sum eru á lívi her í dag. Andlit til andlits talaði Harrin til tykkara út úr miðjum eldinum á fjallinum. Eg stóð tá sum millumgongumaður millum Harrans og tykkara og flutti tykkum orð Harrans; tí at tit óttaðust eldin og komu ikki niðan á fjallið: Hann segði: «Eg eri Harrin, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum. Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg. Tú mást ongar skurðmyndir gera tær og eingi líki av nøkrum tí, sum er uppi á himni ella her niðri á jørð ella í havinum undir jørðini; tú mást ikki tilbiðja tað og ikki dýrka tað, tí at eg, Harrin, Guð tín, eri vandlátur Guð, sum lati misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið teirra, ið meg hata; men eyðsýni miskunn í túsunda lið móti teimum, ið meg elska og varðveita boðorð míni. Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin letur ikki tann sleppa órevsaðan, sum nevnir navn hansara í tóman heim. Minst til at halda hvíludagin heilagan, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær. Í seks dagar skalt tú starva og vinna alt verk títt, men sjeyndi dagurin skal vera hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna, hvørki tú sjálvur, sonur tín ella dóttir tín, trælur tín ella trælkona tín ella oksi tín og asni ella nakað dýr hjá tær ella útisetarnir innan borgarliða tína, til tess at trælur og trælkona tín mega hvíla eins og sjálvur tú. Minst til, at tú sjálvur vart trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, leiddi teg út haðan við sterkari hond og útrættum armi; tessvegna beyð Harrin tær at halda hvíludagin. Æra faðir tín og móður tína, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær, til tess at tú mást liva leingi, og at tað má vignast tær væl í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. Tú mást ikki sláa í hel. Tú mást ikki dríva hor. Tú mást ikki stjala. Tú mást ikki bera falskan vitnisburð móti næsta tínum. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, og ikki girnast hús næsta tíns ella jørð hansara ella húskall ella arbeiðiskonu, oksa ella asna hans ella nakað, sum næsti tín eigur.» Hesi orð talaði Harrin til allan savnað tykkara á fjallinum út úr miðjum eldinum, skýgginum og loyndarmjørkanum við harðari rødd og legði einki afturat; og hann risti tey á tvær steintalvur, sum hann fekk mær. Men tá ið tit hoyrdu røddina út úr mjørkanum, meðan fjallið brann í eldi, tá komu tit til mín, allir høvdingar ætta tykkara og hinir elstu tykkara og søgdu: «Sí, Harrin, Guð vár, hevur sýnt okkum dýrd sína og mikilleika sín; og vit hava hoyrt rødd hansara út úr eldinum; nú hava vit sæð tað, at Guð fær talað við mann, og maðurin kortini heldur lívi. Hví skulu vit tá týna lívið? Tí hesin mikli eldur fer at oyða okkum; og um vit halda fram at lýða á rødd Harrans, fara vit at doyggja. Tí at hvør deyðiligur hevur nakrantíð eins og vit hoyrt rødd hins livandi Guðs tala út úr eldinum og kortini hildið lívi? Far tú og hoyr alt tað, sum Harrin, Guð vár, talar, og ber okkum síðan boð aftur um alt tað, sum Harrin, Guð vár, sigur við teg, so skulu vit lurta og gera eftir tí.» Og tá ið Harrin hoyrdi, hvussu tit talaðu til mín, segði hann við meg: «Eg havi hoyrt tey orð, sum hetta fólk hevur talað til tín; og tað, sum teir siga, er rætt. Gævi teir altíð mega hava tílíkan hug, so at teir óttast meg og varðveita boðorð míni allar dagar, til tess at tað má vignast teimum og børnum teirra væl um allar ævir. Far nú tú og bjóða teimum at fara heim aftur í tjøld síni. Men verð tú standandi eftir her hjá mær, so skal eg kunngera tær øll tey boðorð, allar tær skipanir og allar tær lógir, sum tú skalt kenna teimum, til tess at teir ganga eftir teimum í tí landi, sum eg skal geva teimum til ognar. Verið tí vandnir í at gera eins og Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum, og víkið hvørki til høgru ella vinstru. Fylgið altíð teirri leið, sum Harrin, Guð tykkara, hevur boðið tykkum at ganga, til tess at tit mega halda lívi og hava eydnuna við tykkum og liva leingi í tí landi, sum tit skulu taka til ognar.»
Hetta eru tey boðorð, tær skipanir og tær lógir, sum Harrin, Guð tykkara, hevur lagt fyri tykkum til at læra og halda í tí landi, sum tit nú fara at ogna tykkum, so at tú óttast Harran, Guð tín, og varðveitir allar skipanir hans og boðorð, sum eg bjóði tær, bæði tú og sonur og sonarsonur tín allar ævidagar tínar, og so at tú livir leingi. Hoyr tí, Ísrael, og far eftir teimum vandaliga, so at tað má vignast tær væl, og tit mega fjølgast í stórum, eins og Harrin, Guð fedra tykkara, hevur fyrijáttað tykkum, í landinum, sum flýtur í mjólk og hunangi. Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur! Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum. Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp. Tú skalt binda tey sum tekin á hond tína og hava tey sum áminningarmerki á enni tínum; og tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á borgarlið tíni. Og tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í landið, sum hann svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva tær, stórar og frálíkar borgir, sum tú ikki hevur reist, hús full av øllum góðum, sum tú ikki hevur fingið til vegar, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur sett niður, og tú etur og verður mettur, vara teg tá fyri at gloyma Harran, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum! Harran, Guð tín, skalt tú óttast, hann skalt tú dýrka, og við navn hans skalt tú svørja. Tit mega ikki halda tykkum aftur at øðrum gudum, aftur at gudum, sum grannatjóðir tykkara dýrka; tí at Harrin, Guð tín, sum býr tykkara millum, er vandlátur Guð; annars man vreiði Harrans, Guðs tíns, tendrast ímóti tær, so at hann oyðir teg av jørðini. Tit mega ikki freista Harran, Guð tykkara, eins og tit freistaðu hann í Massa. Vandaliga skulu tit varðveita boðorð Harrans, Guðs tykkara, og vitnisburðir hans og skipanir, ið hann hevur lagt fyri tykkum. Og tú skalt gera tað, sum er rætt og gott í eygum Harrans, til tess at tað má vignast tær væl, og at tú mást koma inn í og fáa tær til ognar tað frálíka landið, sum Harrin svór fedrum tínum, við tað at hann rekur burtur fyri tær allar fíggindar tínar, eins og Harrin hevur sagt. Tá ið sonur tín seinni spyr teg: «Hvat merkja hesir vitnisburðir, hesar skipanir og hesar lógir, sum Harrin, Guð vár, hevur lagt fyri tykkum?» tá skalt tú svara syni tínum: «Vit vóru eina ferð trælir í Egyptalandi hjá Fárao; men Harrin leiddi okkum út úr Egyptalandi við sterkari hond; og tá sóu vit Harran gera tekin og mikil oyðandi undur móti Egyptum, móti Fárao og øllum húski hansara; men okkum leiddi hann út haðan til tess at føra okkum inn í tað landið, sum hann svór fedrum okkara at geva okkum. Og tá beyð Harrin okkum at halda allar hesar lógir og óttast Harran, Guð váran, so at tað mátti vignast okkum væl allar dagar og okkum eydnast lív eins og higartil. Tá skulu vit standa sum rættvísir fyri ásjón Harrans, Guðs várs, um vit vandaliga halda allar hesar lógir, sum hann hevur lagt fyri okkum.»
Tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í tað landið, sum tú nú fert at ogna tær, og hevur rikið undan tær miklar tjóðir, Hetitar, Girgasitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, sjey tjóðir størri og sterkari enn tú, og Harrin, Guð tín, gevur tær í títt vald, so at tú vinnur sigur á teimum, tá skalt tú bannføra tær, tú skalt ikki gera sáttmála við tær og ikki eira teimum. Tú mást ikki hava mágskap við tær; sonum teirra skalt tú ikki geva døtur tínar; og ikki taka døtur teirra sonum tínum til handa; tí at tær munnu elva sonum tínum til at víkja frá Harranum og dýrka aðrar gudar, so at vreiði Harrans tekur at brenna móti tykkum og beinir fyri tykkum í bræði. Men soleiðis skulu tit gera við teir: Altar teirra skulu tit ríva niður, smildra steinsúlur teirra, høgga sundur Ásjerustólpar teirra og brenna skurðgudar teirra í eldi; tí at tú ert tjóð, sum ert halgað Harranum, Guði tínum; teg hevur Harrin, Guð tín, kosið til at vera fólk sítt fram um allar tjóðir á foldum. Tað var ikki tí, at tit vóru størri enn allar aðrar tjóðir, at Harrin legði ást við tykkum og valdi tykkum út, tí at tit vóru heldur at kalla av minstu tjóðum; men av tí at Harrin elskaði tykkum og vildi halda tykkum tann eiðin, ið hann hevði svorið fedrum tykkara, tessvegna leiddi hann tykkum við sterkari hond og loysti tykkum út úr trælahúsinum undan valdi Fáraos, Egyptalands kongs. Tí skalt tú vita, at Harrin, Guð tín, er hin sanni Guð, hin trúfasti Guð, sum í túsunda ættarlið heldur fast við sáttmálan og miskunnsemina móti teimum, ið elska hann og halda boðorð hans. Men teimum, sum hata hann, endurgeldur hann við at beina fyri teimum; og hann gevur tí, sum hatar hann, onga frest, men endurgjald. Tessvegna skalt tú vandaliga halda tey boðorð, tær skipanir og lógir, sum eg í dag gevi tær. Um tit nú, tá ið tit hoyra hesi løgboð, varðveita tey og gera eftir teimum, tá skal eisini Harrin, Guð tín, halda fast við sáttmálan við teg og miskunnsemina, sum hann svór fedrum tínum; tá man hann sýna tær kærleika og vælsigna teg og fjølga teg; hann man vælsigna ávøkst kviðar tíns og ávøkst jarðar tínar, korn og aldinløg tín og olju tína og kálvar og lomb í tí landi, sum hann svór at geva fedrum tínum. Fram um allar aðrar tjóðir skalt tú verða vælsignað, og hjá tær skal hvørki finnast kallur ella kona, sum eru barnleys, ella fenaður, sum er geldur; allar ilskur skal Harrin halda frá tær, og onga av hinum vándu egyptisku sóttunum, ið tú veitst um, skal hann lata koma yvir teg, men tær skal hann leggja á allar teir, ið teg hata. Og allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, gevur tær vald á, skalt tú oyða og ongan grið geva teimum; tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí at tað verður tær at hjálma. Um tú skuldi hugsað við sjálvum tær: «Hesar tjóðir eru størri enn eg, hvussu skal eg fáa rikið tær burtur?» Tá mást tú ikki óttast tær, men minnast á tað, sum Harrin, Guð tín, gjørdi við Fárao og allar Egyptar, hinar miklu roynslur, sum tú sást við egnum eygum, teknini og undrini, og hvussu Harrin, Guð tín, leiddi teg út við sterkari hond og útrættum armi; soleiðis skal Harrin, Guð tín, eisini fara við øllum tjóðum, sum tú nú bert ótta fyri. Ja, eisini eiturflugur skal Harrin, Guð tín, senda á teir, hagar til allir, ið eftir eru og hava krógvað seg fyri tær, eru oyddir. Tú skalt ikki ræðast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hin mikli øgiligi Guð. So líðandi skal Harrin, Guð tín, reka hesar tjóðir burtur undan tær; tú skalt ikki beina fyri teimum í bræði, tí at annars verða villdjórini tær ov mong. Harrin, Guð tín, skal geva tær í títt vald og elva teimum miklar ræðslur, so at tær farast. Hann skal geva kongar teirra upp í hendur tínar; og tú skalt oyða nøvn teirra undir himninum; eingin man standast fyri tær, fyrr enn tú hevur aloytt teir. Gudamyndir teirra skalt tú brenna upp, og tú mást ikki girnast nakað av tí silvuri og gulli, sum á teimum er, so at tað ikki verður tær at hjálma; tí at tað er andstyggiligt fyri Harranum, Guði tínum. Tú mást ikki lata nakað andstyggiligt koma inn í hús títt, so at tú verður fyri sama banni sum tað; men tær skal standast við tað, og tú skalt hava andstygd fyri tí, tí at tað er bannført!
Øll tey boðorð, sum eg í dag leggi fyri tykkum, skulu tit halda vandaliga, so at tit mega liva og fjølgast og koma inn í tað landið, sum Harrin svór fedrum tykkara, og taka tað til ognar. Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki. Hann eyðmýkti teg og læt teg líða hungur og gav tær síðan manna at eta, sum hvørki tú ella fedrar tínir vistu um, til tess at vísa tær, at maður ikki livir einans av breyði; men at maðurin heldur livir av øllum tí, sum gongur út úr munni Harrans. Klæðini á likami tínum vórðu ikki slitin, og føtur tínir trútnaðu ikki í hesi fjøruti árini; ver tí sannførdur um tað, at eins og maður agar son sín, so agar Harrin, Guð tín, teg. Og varðveit boðorð Harrans, Guðs tíns, so at tú gongur leiðir hans og óttast hann. Tí at Harrin, Guð tín, vil føra teg inn í dýrdligt land, inn í land við løkum og vatnlindum og djúpum vøtnum, ið spretta upp í dølum og á fjøllum, inn í land við hveiti og byggi, við vínviði og fikutrøum og granateplum, inn í land við oljutrøum og hunangi, inn í land, har tú ikki skalt eta títt breyð í fátækt, og har einki skal skorta tær, inn í land, har steinarnir eru jarn, og har tú fært høgt kopar úr fjøllunum. Men tá ið tú etur og ert vorðin mettur, tá skalt tú takka Harranum, Guði tínum, fyri tað dýrdliga landið, sum hann gav tær. Vara teg fyri at gloyma Harran, Guð tín, so at tú ikki varðveitir boðorð, lógir og skipanir hansara, sum eg í dag leggi fyri teg. Tá ið tú etur teg mettan og væl settan, og tú byggir tær góð hús og býrt í teimum, og stórdýr og smalur tínar fjølgast, og silvur og gull eykst og alt, sum tú eigur, lat tá ikki hjarta títt verða hástórt, so at tú gloymir Harran, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum, hann, sum leiddi teg um hina miklu og ræðuligu oyðimørk, fulla av eiturormum og sporðdrekum og vatnleysum reynum, hann, sum úr tí tinnuharða klettinum læt vatn streyma fram tær til handar, hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, sum fedrar tínir einki vistu um, til tess at eyðmýkja teg og síðan at endanum at gera væl við teg. Hugsa tí ikki við sjálvum tær: «Við egnum mátti og megi handar mínar havi eg vunnið mær allan henda eyð.» Men hav tú Harran, Guð tín, í huga, tí at hann er tann, sum gevur tær megi til at vinna tær eyð, til tess at hann fær hildið tann sáttmála, sum hann svór fedrum tínum, eins og hann eisini ger enn í dag. Men gloymir tú Harran, Guð tín, og heldur teg aftur at øðrum gudum og dýrkar og tilbiður teir, tá sigi eg tykkum av sonnum í dag, at tit skulu farast með alla. Eins og tær tjóðir, ið Harrin oyddi undan tykkum, soleiðis skulu eisini tit farast, aftur fyri at tit lýddu ikki rødd Harrans, Guðs tykkara.
Hoyr Ísrael! Tú fert nú yvir um Jórdan til tess at leggja undir teg tjóðir, sum eru størri og sterkari enn tú, og sum hava borgir við himnahøgum borgargørðum, stórt og hávaksið fólk; Ánakitarnir, sum tú kennir og hevur sjálvur hoyrt sagt um: Hvør fær staðist fyri Ánaks sonum? Tí skalt tú nú vita, at tað er Harrin, Guð tín, ið gongur undan tær sum oyðandi eldur; hann man beina fyri teimum og lata tær lúta fyri tær, at tú fært tær í títt vald og oyðir tær í bræði, eins og Harrin hevur sagt. Men tá ið Harrin, Guð tín, hevur rikið hesar tjóðir undan tær, tá hugsa ikki sum so: «Vegna rættvísi mína hevur Harrin leitt meg inn í hetta land og givið mær tað at eiga.» Nei, vegna tess, at hesar tjóðir vóru gudleysar, hevur Harrin rikið tær undan tykkum; tað er ikki vegna rættlæti títt ella vegna reinmeinta hjarta títt, at tú kemur inn í hetta land og fært tað til ognar; men vegna gudloysi hesa tjóða hevur Harrin, Guð tín, rikið tær burtur undan tær til tess at halda tað, sum hann svór fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. Tí skalt tú vita, at tað ikki er vegna rættvísi tína, at Harrin, Guð tín, gevur tær hetta dýrdliga landið til ognar; tí at tú ert eitt fólk við hørðum svíra. Minst til og gloym ikki, hvussu tú reitti Harran, Guð tín, í oyðimørkini; frá tí degi, tá ið tú fórt út úr Egyptalandi; og hagar til tit komu á henda stað, hava tit verið tvørlyntir móti Harranum. Við Hóreb reittu tit Harran, so at hann í vreiði síni ætlaði at beina fyri tykkum. Eg var tá farin niðan á fjallið til tess at taka við steintalvunum, talvum sáttmálans, ið Harrin hevði gjørt við tykkum; og eg dvaldi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur og bragdaði hvørki vátt eller turt. Og Harrin fekk mær báðar steintalvurnar ritaðar við fingri Guðs, og á teimum stóðu øll tey orð, sum Harrin hevði talað við tykkum á fjallinum út úr eldinum tann dagin, sum tit vóru samankomnir har. Og tá ið fjøruti dagar og fjøruti nætur vóru lidnar, fekk Harrin mær báðar steintalvurnar, talvur sáttmálans. Tá segði Harrin við meg: «Statt upp og skunda tær oman hiðani, tí at fólkið, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, hevur borið seg illa at; skjótt viku teir frá teirri leið, sum eg beyð teimum at ganga; teir hava gjørt sær stoypta mynd!» Og Harrin segði við meg: «Eg havi givið hesum fólki gætur og sæð, at tað hevur harðan svíra; hav teg nú burtur frá mær og lat meg oyða teir og strika út nøvn teirra undir himninum; men teg vil eg gera til tjóð, sum er sterkari og størri enn henda!» Tá snúði eg mær og helt oman av fjallinum við báðum sáttmálatalvunum í hondum mínum, meðan fjallið brann í eldi. Og eg leit meg um og sí, tit høvdu syndað móti Harranum, Guði tykkara, tit høvdu gjørt tykkum stoyptan kálv; skjótt vóru tit viknir av teirri leið, sum Harrin hevði boðið tykkum at ganga. Tá tók eg báðar talvurnar og tveitti tær úr hondum mínum og smildraði tær fyri eygum tykkara; og eg fell niður fyri ásjón Harrans og bragdaði hvørki vátt ella turt í fjøruti dagar og fjøruti nætur eins og hina fyrru ferðina vegna alla synd tykkara, sum tit høvdu gjørt við at gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, so at tit reittu hann. Tí at eg bar ótta fyri, at Harrin var vorðin so vreiður og illur inn á tykkum, at hann í bræði síni skuldi beina fyri tykkum; men Harrin bønhoyrdi meg eisini hesa ferðina. Eisini inn á Áron var Harrin so vreiður, at hann ætlaði at beina fyri honum; men tá bað eg eisini fyri Ároni. Men syndaverk tykkara, kálvin, tók eg og brendi; og eg morlaði hann sundur í molar og muldi hann í fínt dust, sum eg tók og tveitti út í ánna, ið rann oman av fjallinum. Eisini í Tábera, Massa og Kibrot-Hattava vaktu tit vreiði Harrans. Tá ið Harrin sendi tykkum úr Kádesj-Barnea og beyð tykkum at fara og leggja undir tykkum tað landið, sum hann vildi geva tykkum, tá vóru tit boði Harrans, Guðs tykkara, ólýdnir og troystaðu ikki á hann og lýddu ikki rødd hans. Tit hava verið Harranum ólýdnir alla ta tíð, sum eg havi kent tykkum. Síðan fell eg niður fyri ásjón Harrans og lá soleiðis fjøruti dagar og fjøruti nætur, av tí at Harrin segði seg vilja beina fyri tykkum. Og eg bað til Harrans og segði: «Harri, drottin, týn ikki fólk títt og ogn tína, sum tú loysti út í tíni miklu megi, og sum tú leiddi út úr Egyptalandi við sterkari hond. Minst tænarar tínar Ábraham, Ísak og Jákup; gev ikki gætur eftir tvørlyndinum hjá hesum fólki, eftir gudloysi og synd tess, til tess at menn ikki skulu siga í tí landi, sum tú leiddi okkum út úr: Av tí at Harrin ikki var førur fyri at leiða teir inn í tað landið, sum hann hevði fyrijáttað teimum, og av tí at hann hataði teir, fór hann út við teimum til tess at lata teir týna lívið í oyðimørkini! Men teir eru jú fólk títt og ogn tín, sum tú leiddi út við mikla mátti tínum og útrættum armi.»
Um tað mundið segði Harrin við meg: «Høgg tær úr steini tvær talvur, eins og hinar fyrru vóru, og kom niðan á fjallið til mín; somuleiðis skalt tú gera tær ørk av viði. Eg ætli at rista á talvurnar tey orð, sum vóru á hinum fyrru talvunum, sum tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina.» Eg gjørdi tá ørk av ákásiuviði og høgdi úr steini tvær talvur eins og hinar fyrru og gekk niðan á fjallið við báðum talvunum í hendi. Tá ritaði hann á talvurnar tað sama sum hina fyrru ferðina, tey tíggju orðini, sum Harrin talaði til tykkara á fjallinum út úr miðjum eldinum tann dagin, sum tit vóru samankomnir har; síðan fekk Harrin mær tær. Tá snúði eg mær og fór oman aftur av fjallinum og legði talvurnar í ta ørk, sum eg hevði gjørt; og har vórðu tær liggjandi, eins og Harrin hevði boðið mær. Síðan fóru Ísraelsmenn úr Beerot-Bene-Jáakan til Mósera; har doyði Áron og varð jarðaður; og Eleazar, sonur hansara, varð prestur í stað hansara. Haðan fóru teir til Gudgoda og frá Gudgoda til Jotbata, har ikki tróta løkir. Um tað mundið skildi Harrin Levi ætt frá til at bera sáttmálaørk Harrans og til at standa frammi fyri Harranum og tæna honum og vælsigna í navni hansara, eins og teir gera enn í dag. Tí fekk Levi ongan lut ella arv saman við brøðrum sínum; Harrin er sjálvur arvalutur hans, so sum Harrin, Guð tín, hevði lovað honum. Men eg varð verandi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur eins og hina fyrru ferðina; og Harrin bønhoyrdi meg eisini hesa ferðina; Harrin vildi ikki forkoma tykkum. Tá segði Harrin við meg: «Búgv teg nú til ferðar og gakk á odda fyri fólkinum, so at teir koma inn í og ogna sær tað landið, sum eg svór fedrum teirra at geva teimum.» Og nú, Ísrael, hvat krevur Harrin, Guð tín, av tær annað, enn at tú óttast Harran, Guð tín, so at tú altíð gongur leiðir hansara og elskar hann og tænir Harranum, Guði tínum, av heilum huga og av allari sál tíni og varðveitir boðorð Harrans og tær fyriskipanir, sum eg í dag leggi fyri teg, til tess at tær skal vignast væl! Sí, himin og himnanna himnar, foldin og alt, sum á henni er, tilhoyrir jú Harranum, Guði tínum; og kortini vóru tað einans fedrar tykkara, sum hann hevði góðan tokka í, so at hann elskaði teir og útvaldi tykkum, eftirkomarar teirra, eftir teir fram um allar tjóðir, eins og nú er sýniligt. Umskerið tí yvirhúð hjarta tykkara og gerið ikki longur svíra tykkara harðan! Tí at Harrin, Guð tykkara, hann er Guð gudanna og drottin drotnanna, hin mikli, sterki og øgiligi Guð, sum ikki ger mannamun og ikki tekur við mutri; hann veitir hinum faðirleysa og einkjuni rætt, er góður við útisetan og gevur honum føði og klæði. Og somuleiðis skulu tit vera góðir við útisetan, tí at eisini tit vóru útisetar í Egyptalandi. Harran, Guð tín, skalt tú óttast, hann skalt tú dýrka og halda teg aftur at honum; og við navn hansara skalt tú svørja. Hann er lovsongur tín, og hann er Guð tín, sum hevur útint fyri teg hesi stórverk og miklu undur, sum tú hevur sæð við egnum eygum. Sjeyti í tali fóru fedrar tínir til Egyptalands, og nú hevur Harrin, Guð tín, gjørt teg fjølmentan eins og stjørnur himinsins.
Tí skalt tú elska Harran, Guð tín, og varðveita tað, sum hann vil hava teg at varðveita, skipanir, lógir og boðorð hans allar dagar. Tað er ikki við børn tykkara, eg tali, sum ikki hava kent ella sæð hetta; tí skulu tit í dag hava í huga aga Harrans, Guðs tykkara, mikilleika hans og sterku hond og útrætta arm, tekin hans og tær gerðir, sum hann í Egyptalandi gjørdi móti Fárao, Egyptalands kongi, og øllum landi hans, og hvussu hann fór við heri Egypta, hestum og vagnum teirra, og hvussu hann læt Reyðahavsins vatn fløða aftur yvir teir, tá ið teir eltu tykkum og soleiðis týndi teir með alla, og hvat hann gjørdi fyri tykkum í oyðimørkini, til tit komu á henda stað, og hvussu hann fór við Dátani og Ábirami sonum Eliabs Rubenssonar, tá ið jørðin læt upp gap sítt og gloypti teimum og húskjum og tjøldum teirra og hvørji sál, ið við teimum var, í miðjum Ísrael øllum. Við egnum eygum hava tit jú sæð øll tey miklu verk, ið Harrin hevur útint. Varðveitið tí øll tey boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, so at tit fáa megi til at koma inn í tað land, sum tit nú stevna móti til tess at leggja tað undir tykkum, og so at tit mega liva leingi í tí landi, sum Harrin svór fedrum tykkara at geva teimum og eftirkomarum teirra – landið, sum flýtur í mjólk og hunangi. Tí at hetta landið, sum tú nú fert inn í til tess at taka tað til ognar, er ikki eins og Egyptaland, haðan tit fóru út; tí at har sáddi tú sáð títt og vætti tað við fóti tínum eins og kálgarð. Men hetta landið, sum tit nú fara inn í til tess at taka tað til ognar, hevur dalar og fjøll og drekkur vatn av himni, tá ið regnar, land, sum Harrin, Guð tín, unnar, og sum eygu Harrans, Guðs tíns, altíð hvíla á frá ársbyrjan til ársloks. Og lýða tit nú trúliga boðorðum mínum, sum eg í dag leggi fyri tykkum, so at tit elska Harran, Guð tykkara, og tæna honum av heilum huga og av allari sál tykkara, tá skal eg geva landi tykkara regn í tøkum tíma, bæði heystregn og várregn, so at tú fært korn títt og aldinløg tín og olju tína inn undir lonir; og tá skal eg lata grasið grønkast á bøi tínum fyri fenað tín, og tú skalt eta og verða mettur. Men varið tykkum, at ikki hjarta tykkara letur seg tøla, so at tit fara av leið og tæna øðrum gudum og tilbiðja teir, tí at tá man vreiði Harrans tendrast ímóti tykkum, og hann man loka himin aftur, so at ikki regnar, og jørðin ongan ávøkst ber, og tit í bræði verða oyddir úr tí dýrdliga landi, sum Harrin fer at geva tykkum. Tit skulu tí leggja tykkum hesi orð míni í hjarta og sál og binda tey sum tekin á hond tykkara og hava tey sum áminningarmerki á enni tykkara. Og tit skulu kenna børnum tykkara tey við at bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp; tú skalt rita tey á durastavirnar í húsi tínum og á borgarlið tíni, so at bæði tit og børn tykkara mega liva í tí landi, sum Harrin svór fedrum tykkara at geva teimum, so leingi sum himin er yvir jørðini. Tí at um tit varðveita trúliga øll hesi boðorð, sum eg í dag bjóði tykkum at halda, so at tit elska Harran, Guð tykkara, og altíð ganga leiðir hansara og halda tykkum aftur at honum, tá skal Harrin reka burtur allar hesar tjóðir undan tykkum, so at tit leggja undir tykkum tjóðir, sum eru størri og sterkari enn tit. Hvør staður, sum tit stíga fótin á, skal verða ogn tykkara; og frá oyðimørkini og alt at Libanon, frá ánni, frá Eufrat, og alt at vesturhavinum skulu landamark tykkara ganga. Eingin skal standast fyri tykkum; ótta og ræðslu fyri tykkum skal Harrin, Guð tykkara, lata koma yvir land, sum tit seta fótin á, eins og Harrin hevur lovað tykkum. Sí, eg leggi fram fyri tykkum í dag signing og banning. Signingina: um tit lýða boðorðum Harrans, Guðs tykkara, sum eg í dag leggi fyri tykkum, og banningina: um tit ikki lýða boðorðum Harrans, Guðs tykkara, men víkja av tí vegi, sum eg nú bjóði tykkum at ganga, og elta aðrar gudar, sum tit hava ikki kent. Og tá ið Harrin, Guð tín, hevur leitt teg inn í tað landið, sum tú nú fert at ogna tær, tá skalt tú leggja signingina á Garizim fjall og banningina á Ebal fjall. Tey eru jú hinumegin Jórdan, vestanvert við sólarlagsvegin, í landi Kánáanita teirra, sum búgva á Árábaslættanum beint áraka Gilgal við spásagnareikina. Tí at tit fara nú yvir um Jórdan til tess at koma inn í og taka til ognar tað land, sum Harrin, Guð tykkara, gevur tykkum. Og tá ið tit hava lagt tað undir tykkum og tikið upp bústað tykkara í tí, tá haldið trúliga allar skipanir og allar lógir, sum eg nú leggi fyri tykkum.
Hetta eru tær fyriskipanir og tey løgboð, sum tit skulu trúliga halda í tí landi, sum Harrin, Guð fedra tína, man geva tær til ognar allar dagar, sum tit liva á jørðini. Tit skulu til grundar oyða allar teir staðir, har tær tjóðir, ið tit leggja undir tykkum, hava dýrkað gudar sínar, bæði á høgum fjøllum, á heyggjum og undir hvørjum grønum træi. Tit skulu ríva niður altar teirra og smildra steinsúlur teirra, brenna upp Ásjerustólpar teirra, høgga sundur skurðgudamyndir teirra og avoyða nøvn teirra úr staði teirra. Soleiðis skulu tit ikki fara at móti Harranum, Guði tykkara. Men tit skulu leita á staðin tann, sum Harrin, Guð tykkara, kjósar sær av øllum ættum tykkara til tess at lata navn sítt búgva har; hagar skulu tit fara; og hagar skulu tit koma við brenniofrum og sláturofrum tykkara, við tíggjundum og øllum offuravskurði tykkara, við heitofrum og sjálvkravdum ofrum tykkara og við frumburðum undan stórdýrum og smalum tykkara. Har skulu tit halda offurmáltíð frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, og saman við húskjum tykkara fegnast yvir alt, sum tit hava vunnið við virki tykkara, og sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við. Tó mega tit ikki gera, eins og vit nú gera her, so hvør maður ger tað, ið honum líkar. Tí at enn eru tit ikki komnir á tann heimstað og arvalut, sum Harrin, Guð tín, skal geva tær. Men tá ið tit koma yvir um Jórdan og hava tikið upp bústað í tí landi, sum Harrin, Guð tykkara, letur tykkum fáa til ognar, og tá ið hann hevur veitt tykkum frið fyri øllum fíggindum tykkara runt íkring, og tit búgva ekkaleysir, tá skulu tit koma við øllum offurgávum, sum eg bjóði tykkum, á tann stað, ið Harrin, Guð tykkara, velur sum bústað fyri navn sítt, bæði við brenniofrum og sláturofrum, við tíggjundum og øllum offuravskurðum tykkara og øllum útvaldum heitofrum, sum tit lova Harranum; og har skulu tit gleða tykkum frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, saman við sonum og døtrum tykkara, trælum og trælkvendum, og við Levitunum, sum eru innan borgarliða tykkara, tí at teir hava hvørki lut ella arvagrein saman við tykkum. Vara teg fyri at frambera brennioffur tíni á einum og hvørjum staði, sum eyga títt ber við. Men á tí staði, sum Harrin velur sær í einihvørji av ættum tínum, har skalt tú ofra brennioffur tíni, og har skalt tú gera alt tað, sum eg bjóði tær. Men annars mást tú í øllum borgum tínum slátra og eta kjøt eftir vild tíni av øllum, sum Harrin, Guð tín, vælsignar teg við; bæði óreinir og reinir mega eta av tí, eins og tað var skógargeit ella hjørtur. Men blóðið mega tit ikki eta; tað skulu tit lata renna niður á jørðina eins og vatn. Innan borgarliða tína mást tú ikki eta tíggjundina av korni tínum og aldinløgi og olju tíni, heldur ikki frumburðirnar undan stórdýrum og smalum tínum, ikki nakað av heitofrum tínum, sum tú hevur heitt, ella tíni sjálvkravdu offur ella nakað av offuravskurðum tínum; nei, frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur sær, skalt tú njóta alt hetta saman við syni tínum og dóttur, trælum og trælkvendum tínum og Levitunum, sum eru innan borgarliða tína; og tú skalt fegnast fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, yvir alt, sum tú ognar tær. Vara teg frá at forfjóna Levitan allar teir dagar, sum tú livir í landi tínum. Tá ið Harrin, Guð tín, víðkar um landamark tíni, eins og hann hevur givið tær lyfti um, og tú tá fært brell eftir kjøti og sigur, at tú vilt hava kjøt at eta, tá mást tú eta kjøt, eins og tær lystir. Liggur tann staður, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, langt av leið, tá skalt tú slátra av stórdýrum og smalum tínum, sum Harrin gevur tær, eins og eg havi boðið tær; og tú mást eta tað innan borgarliða tína alt eftir vild tíni; men tú skalt eta tað eins og skógargeit og hjørt; bæði óreinir og reinir mega eta av tí. Men tú mást fram um alt vara teg frá at eta blóðið; tí at blóðið er sálin; og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum. Tú mást ikki eta tað, men tú skalt lata tað renna niður á jørðina eins og vatn. Et tað ikki, til tess at tað má vignast tær væl og børnum tínum eftir teg, tá ið tú gert tað, sum rætt er í eygum Harrans. Men halgigávur og heitoffur tíni skalt tú hava við tær á tann stað, sum Harrin velur sær. Og brennioffur tíni, bæði kjøtið og blóðið, skalt tú ofra á altari Harrans, Guðs tíns; og blóðið av sláturofrum tínum skal verða úthelt á altar Harrans Guðs tíns; men kjøtið mást tú eta. Varðveit og lýð tú øllum hesum boðum, sum eg leggi fyri teg, til tess at tað má vignast tær væl og børnum tínum eftir teg um allar ævir, tá ið tú gert tað, sum gott og rætt er í eygum Harrans, Guðs tíns. Tá ið Harrin, Guð tín, hevur avoytt tær tjóðir, sum tú fert at leggja undir teg, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í landi teirra, tá lat teg ikki tøla til at taka við siðum teirra, eftir at teir eru oyddir undan tær; og fregnast ikki eftir gudum teirra við at spyrja: «Hvussu mundu hesar tjóðir dýrka gudar sínar? Eg vil bera meg at á sama hátt.» Men soleiðis mást tú ikki bera teg at við Harranum, Guði tínum; tí at alt, sum er Harranum andstyggiligt, alt, sum hann hatar, tað gera teir gudum sínum til heiðurs; ja, eisini synir sínar og døtur brenna teir upp í eldi gudum sínum til heiðurs. Tit skulu vandaliga halda alt tað, sum eg leggi fyri tykkum og einki leggja aftur at og einki taka burtur av tí.
Um profetur ella dreymamaður rísur upp tykkara millum og boðar tekin og undur, og tekinið og undurið, sum hann talaði um fyri tær, ganga út, og hann samstundis elvir tær at fylgja øðrum gudum, sum tit hava ikki kent, og dýrka teir, tá mást tú ikki lurta eftir, hvat tílíkur profetur ella dreymamaður sigur, tí at tað er Harrin, Guð tykkara, sum roynir tykkum til tess at vita, um tit trúliga elska Harran, Guð tykkara, av heilum huga og av allari sál tykkara. Harranum, Guði tykkara, skulu tit fylgja; hann skulu tit óttast, og boðorð hansara skulu tit varðveita og lýða rødd hansara; honum skulu tit tæna og halda fast við hann. Men hin profeturin ella dreymamaðurin skal týna lívið, fyri tað at hann hevur mælt til uppreist móti Harranum, Guði tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi og loysti teg út úr trælahúsinum, og fyri tað at hann vildi tøla teg burtur av teirri leið, sum Harrin, Guð tín, beyð tær at ganga; soleiðis skalt tú beina fyri øllum, ið finst hjá tykkum. Um bróðir tín, hálvbróðir tín, ella sonur tín ella dóttir ella konan, sum tú fevnir, ella vinur tín, sum tú elskar eins og sjálvan teg, loyniliga vilja tøla teg til at dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, – onkun av gudum teirra tjóða, sum búgva kring um tykkum í námundum tykkara ella langt av leið, úr einum enda landsins í annan – tá mást tú ikki gera honum eftir vild og ikki lýða á hann; tær skal ikki tykja synd í honum, tú skalt ikki eira honum ella bera í bøtuflaka fyri hann, men tú skalt drepa hann eirindaleyst; tín hond skal vera hin fyrsta til at taka hann av lívi og síðan hond fólksins. Tú skalt grýta hann til bana, fyri tað at hann royndi at tøla teg burtur frá Harranum, Guði tínum, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum. Og tað skal spyrjast um allan Ísrael, so at teir óttast og ikki aftur fremja tílíka illgerð tykkara millum. Um tú frættir úr einihvørji av borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til bústaðar, at nøkur bølmenni eru komin upp tykkara millum og hava tølt samborgarar sínar til at fara at dýrka aðrar gudar, sum tit hava ikki kent áður, tá skalt tú rannsaka og gjølla fregnast um tað og spyrja teg fyri; og roynist tað tá at vera satt, at tílík andstygd hevur verið framd tykkara millum, tá skalt tú fella íbúgvar teirra borgar við svørði og bannføra hana og alt, sum í henni er; eisini fenaðin skalt tú fella við svørði. Allan herfongin, sum har var tikin, skalt tú bera saman mitt á torginum og síðan brenna bæði borgina og herfongin í eldi sum heiloffur Harranum, Guði tínum, til handar, og hon skal vera toftir um ævir og ongantíð verða bygd upp aftur. Men einki av tí bannførda má loða við hendur tínar, til tess at Harrin má lætta av brennandi bræði síni og sýna tær kærleika og miskunna tær og gera teg fjølmentan, eins og hann svór fedrum tínum, so satt sum tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og varðveitir øll boðorð hans, sum eg nú leggi fyri teg, og ger tað, sum rætt er í eygum Harrans, Guðs tíns!
Tit eru børn Harrans, Guðs tykkara; tí mega tit ikki rista skeinur á hold tykkara og ikki raka hárið yvir enninum til bata fyri einhvønn deyðan; tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum, og teg hevur Harrin kosið sær sum ognarfólk fram um allar aðrar tjóðir á fold. Tú mást einki eta, sum er andstyggiligt. Hesi eru tey ferføttu djór, ið tit mega eta: Neyt, seyðir og geitir, hjørtir, skógargeitir, dáhjørtir, steingeitir, fjallageitir, antilopur og gemsur. Øll ferføtt djór, sum kleyvar hava, og tær alklovnar, og jótra, mega tit somuleiðis eta. Av teimum, ið jótra, og av teimum, sum alklovnar kleyvar hava, mega tit ikki eta hesi: kamelin, haruna og bergharuna; tí at víst jótra tey, men hava ikki kleyvar; tey skulu vera tykkum órein. Og svínið; tí at víst hevur tað kleyvar, men jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint; av kjøti teirra mega tit ikki eta og ikki nerta við ræið av teimum. Av øllum, sum livir í vatninum, mega tit eta hetta: Alt, sum hevur fjaðrar og skrubb mega tit eta. Men tit mega einki eta, sum ikki hevur fjaðrar og skrubb; tað skal vera tykkum óreint. Allar reinar fuglar mega tit eta; men hesar mega tit ikki eta: Ørnina, gammin og havørnina; glentuna og falkakynið; alt ravnakynið; strutsin, svaluna, likkuna og heykakynið; ugluna, náttugluna og hornugluna, pelikánin, rægammin og súluna, storkin, hegrakynið, herfuglin og flogmúsina. Øll flogkykt skulu vera tykkum órein og mega ikki verða etin. Men allar reinar fuglar mega tit eta. Einki sjálvdeytt mega tit eta; tað mást tú geva útisetanum, ið býr hjá tær til matna ella selja hinum fremmanda tað; tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum. Tú mást ikki sjóða lamb í mjólk undan móður síni. Tú skalt vandaliga geva tíggjund av øllum gróðri tínum, sum sprettur av jørðini ár undan ári. Og frammi fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum hann velur navni sínum til bústaðar, skalt tú eta tíggjundina av korni og aldinløgi og olju tíni og tað frumborna undan neytum og smalum tínum, so at tú lærir at óttast Harran, Guð tín, allar dagar. Men er vegurin tær ov langur, so at tú fært ikki komið hagar við tí, av tí at staðurin, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, er ov langt burtur frá tær, og av tí at Harrin, Guð tín, vælsignar teg, tá skalt tú býta tað um í silvur; og tú skalt balla silvurið inn og hava tað við á tann stað, sum Harrin, Guð tín, útvelur sær. Fyri silvurið skalt tú keypa alt, sum tú fært hug á, neyt og smalur, vín og mjøð, og alt tú ynskir tær; og tú skalt njóta tað frammi fyri Harranum, Guði tínum, og fegnast har saman við húski tínum. Og Levitan, sum er innan borgarliða tína, mást tú ikki forfjóna; tí at hann hevur hvørki lut ella arvagrein saman við tær. Triðja hvørt ár skalt tú taka alla tíggjund av ávøksti tínum og bera hana saman í borgir tínar, so at Levitin, sum jú ikki hevur lut ella arvagrein saman við tær, og útisetin, hin faðirleysi og einkjan innan borgarliða tína, mega koma og eta seg mett, til tess at Harrin, Guð tín, má signa teg í øllum, sum tú fæst við.
Sjeynda hvørt ár skalt tú halda frælsisár. Og soleiðis skal vera við frælsisárinum: Hvør lánsdrottin skal avkanna sær tað, sum hann hevur lænt næsta sínum; hann má ikki streingja á næsta sín ella bróður sín, tí at frælsisár hevur verið boðað fyri Harranum. Hin fremmanda mást tú streingja á; men tað, sum tú eigur hjá bróður tínum, skalt tú geva honum eftir. Men í royndum man eingin fátækur fara at vera hjá tær; tí at Harrin, Guð tín, man ríkliga vælsigna teg í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær sum arv til ognar, um tú einans lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og trúliga heldur øll hesi boðorð, sum eg í dag áleggi tær. Tí at Harrin, Guð tín, man vælsigna teg, eins og hann heitti tær, so at tú kanst læna mongum tjóðum, men ikki hava tørv á teirra lánum; og tú skalt valda mongum tjóðum, men tær skulu einki vald hava á tær. Um tú hevur onkun fátækan hjá tær, einhvønn av brøðrum tínum innan borgarliða tína onkustaðni í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, man geva tær, tá mást tú ikki vera so harðhjartaður, at tú letur hond tína aftur fyri fátæka bróður tínum; nei, tú skalt lata hond tína upp fyri honum og fúsur læna honum alt, sum honum vantar og tørvur er á. Vara teg frá at lata hesa bølmennishugsan koma upp í hjarta tínum: «Nú nærkast sjeynda árið, frælsisárið!» so at tú rennir ill eygu at fátæka bróður tínum og einki vilt geva honum; tí at tá man hann ákalla Harran ímóti tær og tú verða sekur í synd. Nei, fúsur skalt tú geva honum; og tú mást ikki gera tað við ringum tannabiti; aftur fyri tað skal Harrin, Guð tín, vælsigna teg í øllum verkum tínum og øllum, sum tú tekst við. Tí at fátæk fara ongantíð at tróta í landi tínum; tessvegna havi eg boðið tær: tú skalt fúsur lata hond tína upp fyri tí neyðstadda og fátæka bróður tínum í landi tínum. Um bróðir tín, hvørt tað er hebráiskur maður ella hebráisk kona, selur seg til tín, tá skal hann tæna hjá tær í seks ár; men á sjeynda ári skalt tú lata hann fara frælsan frá tær. Men tá ið tú letur hann fara frælsan frá tær, tá skalt tú ikki lata hann fara tómhentan. Tú skalt geva honum góðan førning av smalum tínum, av treskivølli og vínfargi, tú skalt geva honum av tí, sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við. Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, loysti teg út; tessvegna bjóði eg tær hetta í dag. Men um hann sigur, at hann vil ikki fara frá tær, av tí at hann hevur fingið tokka til tín og húski títt, av tí at hann hevur havt tað gott hjá tær, tá skalt tú taka sýl og stinga gjøgnum oyra hansara inn í hurðina; síðan skal hann vera trælur tín alla ævi sína. Tað sama skalt tú gera við trælkonu tína. Ilskast ikki um, at tú mást lata hann fara frælsan frá tær; tí at við seks ára trælastarvi sínum hevur hann vunnið tær tvær ferðir løn bønarmansins. Og Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í øllum, sum tú tekur tær fyri. Allar frumburðir av kallkyni undan stórdýrum og smalum tínum skalt tú halga Harranum, Guði tínum; tú mást hvørki hava frumburðir oksa tína til vinnu ella royta frumburðir seyða tína. Frammi fyri Harranum, Guði tínum, skalt tú saman við húski tínum ár undan ári eta tað á tí staði, sum Harrin velur sær. Men er tað brekað, so at tað er lamið ella blint ella hevur eitthvørt ringt lýti, tá mást tú ikki ofra tað Harranum, Guði tínum. Heima í borgum tínum skalt tú eta tað; bæði óreinir og reinir mega eta við, eins og var tað skógargeit ella hjørtur. Einans blóðið mást tú ikki eta, men úthella tað á jørðina eins og vatn.
Gev ábib mánaði gætur og halt páskir fyri Harranum, Guði tínum; tí at í ábib mánaði leiddi Harrin, Guð tín, teg út úr Egyptalandi á nátt. Tá skalt tú slátra seyð og neyt sum páskaoffur Harranum, Guði tínum, til handar, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar. Tú mást ikki eta súrgað breyð aftur við tí; í sjey dagar skalt tú einans eta ósúrgaðar køkur aftur við tí, neyðarbreyð, tí at í bræði fórt tú út úr Egyptalandi; og hetta skalt tú gera, til tess at tú alla ævi tína mást minnast tann dag, sum tú fórt út úr Egyptalandi. Í sjey dagar má súrdeiggj ikki síggjast hjá tær í øllum landi tínum; og einki av tí, sum tú slátrar um kvøldið á fyrsta degi, má liggja alla náttina til morguns. Tær er ikki loyvt at slátra páskaofrið heima í nakrari av borgum teimum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær; men á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, har skalt tú slátra páskaofrið um kvøldið, tá ið sól fer til viða, um sama mundið, tá ið tú fórt út úr Egyptalandi. Og tú skalt sjóða tað og eta tað á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur sær; og morgunin eftir skalt tú venda heim aftur til tjalda tína. Í seks dagar skalt tú eta ósúrgað breyð; og sjeynda dagin skal vera hátíðarstevna fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna. Síðan skalt tú telja sjey vikur fram; frá tí degi, tá ið tú fert undir at skera akurin, skalt tú telja sjey vikur fram. Tá skalt tú halda vikuhátíðina fyri Harranum, Guði tínum, við teimum sjálvkravdu ofrum, ið tú sært tær føri fyri, eftir sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg. Tú skalt gleða teg frammi fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, bæði tú og sonur tín og dóttir tín, trælur tín og trælkvendi og Levitin, ið býr innan borgarliða tína og útisetin og faðirloysingurin og einkjan, sum hjá tær eru. Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; og tú skalt ansa eftir at halda hesar fyriskipanir. Leyvskálahátíðina skalt tú halda í sjey dagar, tá ið tú hevur borið inn úrdráttin av treskivølli og vínfargi tínum. Og tú skalt gleða teg á hátíðum tínum, tú og sonur og dóttir tín og trælur tín og trælkvendi og Levitin og útisetin og faðirloysingin og einkjan, ið eru innan borgarliða tína. Í sjey dagar skalt tú halda hátíð fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum Harrin velur; tí at Harrin, Guð tín, man vælsigna alla grøði tína og alt, sum tú tekur tær fyri; tí skalt tú vera fullur av gleði. Tríggjar ferðir um árið skal alt kallkyn títt koma fram fyri Harran, Guð tín, á tí staði, sum hann velur; á hátíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhátíðini og á leyvskálahátíðini; og fram fyri Harran má eingin koma tómhentur; men hvør skal geva eftir førimuni, eftir tí signing, sum Harrin, Guð tín, veitir tær. Dómarar og umsjónarmenn skalt tú skipa í øllum borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær víða hvar í ættum tínum; og teir skulu døma fólkið rættvísiliga. Tú mást ikki reingja rættin, ikki gera mannamun og ikki taka við mutri; tí at mutur blindar eygu hinna vitru og fløkir mál hinna rættlátu. Rættin, einans rættin skalt tú stunda á, til tess at tær má ognast lív og tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. Tú mást ikki seta niður Ásjerustólpa av nøkrum træi hjá tí altari, sum tú reisir Harranum, Guði tínum; heldur ikki mást tú reisa tær steinsúlu, tí at tílíkt hatar Harrin, Guð tín.
Tú mást ikki ofra Harranum, Guði tínum, neyt ella seyð við nøkrum lýti ella breki; tí at tað er Harranum, Guði tínum, andstyggiligt. Um hjá tær finst í einihvørjari av borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, maður ella kona, sum ger tað, sum ilt er í eygum Harrans, Guðs tíns, við at bróta sáttmála hans, og ímóti boði mínum dýrkar aðrar gudar og tilbiður teir, sólina og mánan og allan her himinsins, og tær verður sagt frá hesum, og tú hoyrir tað, tá skalt tú vandaliga rannsaka tað, og roynist tað tá at vera satt, at henda andstygd hevur verið framd í Ísrael, tá skalt tú leiða mannin tann ella konuna, sum hesa illgerð hava framt, út fyri borgarliðið, hvørt tað nú er kallur ella kona, og grýta tey til bana. Eftir framburði tveggja ella tríggja vitna skal deyðadómur verða feldur; eingin má verða dømdur til deyða eftir framburði av einum vitni. Vitnini skulu fyrstir ráðast á hann til tess at drepa hann, og síðan skal alt hitt fólkið; soleiðis skalt tú avoyða tað illa úr miðjum tær. Tá ið tú skalt døma mál, sum er tær ov torført, hvørt tað er um manndráp ella ognarrætt ella um likamlig meiðsl, ið trætumál mega standast av í borgum tínum, tá skalt tú standa upp og fara niðan á tann stað, sum Harrin, Guð tín, velur sær; og tú skalt víkja á Levitaprestarnar og dómaran, sum tá er, og leita tær ráð við teir; og teir skulu leggja tær lag á, hvussu tú skalt døma. Og tú skalt fara eftir tí úrskurði, sum teir boða tær út frá tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur, og trúliga halda alt tað, sum teir kenna tær. Eftir teirri leiðbeining, sum teir geva tær og eftir tí dómi, sum teir siga tær, skalt tú gera og hvørki víkja til høgru ella vinstru frá tí úrskurði, sum teir boða tær. Men tann maður, sum í nasadirvi sínum ikki lýðir á prestin, ið stendur har í tænastu fyri Harranum, Guði tínum, ella á dómaran, hann skal doyggja; tú skalt oyða tað illa út úr Ísrael; og alt fólkið skal fáa fregn um tað og óttast, so at eingin verður so nasadjarvur aftur. Tá ið tú kemur inn í tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, og tú hevur lagt tað undir teg og tikið upp bústað í tí, og tú tá fært hug til at taka tær kong eins og allar tjóðirnar kring um teg, tá skalt tú seta sum kong yvir teg tann, ið Harrin, Guð tín, velur; mann av brøðrum tínum skalt tú seta sum kong yvir teg; ikki mást tú seta yvir teg útlendskan mann, sum ikki er bróðir tín, men hann má ikki hava nógv ross og ikki loyva fólkinum at fara aftur til Egyptalands at fáa sær nógv ross, tí at Harrin hevur jú sagt tykkum, at tit ongantíð mega fara tann vegin aftur. Hann má ikki taka sær nógvar konur, so at hjarta hans víkur frá lýdni, og hann má ikki draga saman nøgdir av silvuri og gulli. Og tá ið hann er komin at sita í kongshásæti sínum, tá skal hann hjá Levitaprestunum fáa sær eftirrit av hesari lóg, og hann skal hava hana hjá sær og lesa í henni allar ævidagar sínar, til tess at hann lærir at óttast Harran, Guð sín, og trúliga halda øll boð í hesi lóg og hesar skipanir, so at hann ikki í hjarta sínum erpar sær yvir brøður sínar og hvørki víkur til høgru ella vinstru frá boðorðinum, til tess at hann og synir hansara mega sita við ræði langar tíðir í Ísrael.
Ikki skulu Levitaprestarnir, øll Levi ætt, hava lut ella arvagrein saman við hinum Ísrael; men teir skulu liva av eldofrum Harrans og tí, sum teim lutast. Teir skulu ikki hava nakra arvagrein millum brøður sínar; Harrin sjálvur skal vera arvagrein teirra, eins og hann hevur lovað teimum. Og hesi eru tey rættindi, sum prestarnir skulu hava hjá fólkinum: Maður, ið ber fram sláturoffur, hvørt tað er neyt ella seyður, skal geva prestinum bógvin, báðar kjálkarnar og vinstrina; frumgróðurin av korni tínum og aldinløgi tínum og olju tíni og fyrstu ullina, sum tú roytir av seyði tínum, skalt tú geva prestinum; tí at hann hevur Harrin, Guð tín, útvalt av øllum ættum tínum, til tess at hann og synir hansara allar dagar skulu gera prestatænastu í navni Harrans. Kemur einhvør Leviti úr onkrari av borgum tínum onkustaðni í Ísrael, har hann hevur verið útiseti, tá má hann eftir vild síni koma til tann staðin, sum Harrin velur, og gera prestatænastu í navni Harrans, Guðs síns, eins og allir brøður hansara, hinir Levitarnir, ið standa har fyri ásjón Harrans. Teir skulu allir fáa eins nógv burtur av offurgávunum, frároknað tað, sum hann hevur fingið fyri sína seldu einkarogn. Tá ið tú kemur inn í tað landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, tá mást tú ikki læra teg tær andstygdir, sum tjóðirnar havast at. Eingin má finnast hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin, sum fæst við at spáa og gera eftir og mana; eingin gandakallur ella rúnarmaður, eingin, sum leitar ráð við dreyg og spásagnaranda og víkur á teir deyðu. Tí at hvør, ið fæst við tílíkt, er Harranum andstyggiligur, og aftur fyri tílíkar andstygdir er tað, at Harrin, Guð tín, rekur teir burtur undan tær. Men tú skalt einans halda teg aftur at Harranum, Guði tínum. Tí at hesar tjóðir, sum tú skalt reka burtur, lýða á spásagnarmenn og gandakallar; men tílíkt hevur Harrin, Guð tín, ikki loyvt tær. Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á; og hetta var tað, sum tú baðst Harran, Guð tín, um hin dagin við Hóreb, har tit vóru samankomin og søgdu, at tit ikki longur vildu lýða á rødd Harrans, Guðs tykkara, og ikki líta at tí øgiliga eldi til tess ikki at týna lívið; tá segði Harrin við meg: «Rætt er tað, sum tey siga. Eg skal vekja teimum profet upp av brøðrum teirra, tílíkan sum teg; orð míni skal eg leggja í munn hansara, og hann skal mæla til teirra øllum tí, sum eg bjóði honum. Og hvør, ið ikki lýðir orðum mínum, sum hann talar í mínum navni, hann skal standa mær til svars. Og tann profetur, ið hevur tað nasadirvi at tala í mínum navni nakað, sum eg havi ikki boðið honum at tala ella, sum talar í navni annara guda, tann profetur skal týna lívið.» Og um tú sigur í hjarta tínum: «Hvussu skulu vit vita, um tað er nakað, sum Harrin hevur talað ella ikki?» tá skalt tú vita, at um profetur talar í navni Harrans, og tað, sum hann sigur, ikki sannast og ikki gongur út, tá eru tað orð, sum Harrin ikki hevur talað; í ovdirvi sínum hevur profeturin talað tað, og tær nýtist ikki at óttast hann.
Tá ið Harrin, Guð tín, hevur týnt tær tjóðir, hvørja land Harrin, Guð tín, gevur tær, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í borgum og húsum teirra, tá skalt tú skilja frá tríggjar borgir í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar. At teimum skalt tú leggja veg og býta alt landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, í tríggjar lutir, til tess at hvør banamaður má flýggja hagar. Men hesir eru kostirnir fyri banamenn, sum hagar flýggja fyri at bjarga lívi sínum: Um maður óvart verður næsta sínum at bana og hevur ikki borið meinhuga til hansara frammanundan, sum tá ið maður fer við næsta sínum út í skógin at høgga við og reiggjar øksini til at høgga træið, og blaðið tá rýkur av skaftinum og rakar næsta hans, so at hann doyr, tá er honum loyvt at flýggja inn í eina av hesum borgum og bjarga so lívi sínum, til tess at blóðhevnarin í móði sínum ikki skal elta banamannin og fáa hann aftur, av tí at vegurin er ov langur, og drepa hann, tó at hann ikki var deyðasekur; tí at hann hevði ikki borið meinhuga til hansara frammanundan. Tessvegna gevi eg tær hetta boð: Tríggjar borgir skalt tú skilja frá. Og um Harrin, Guð tín, víðkar um landamark tíni, eins og hann svór fedrum tínum, og gevur tær alt tað land, sum hann lovaði at geva fedrum tínum, um tú trúliga heldur øll hesi boðorð, sum eg bjóði tær í dag, við tað at tú elskar Harran, Guð tín, og allar dagar gongur leiðir hansara, tá skalt tú enn leggja tríggjar borgir aftur at hinum trimum, til tess at sakleyst blóð verður ikki úthelt í landi tínum, ið Harrin, Guð tín, letur tær lutast, so at blóðsøk kemur yvir teg. Men um maður, sum ber meinhuga til næsta sín, liggur á loynum eftir honum og leggur á hann og slær hann til bana og flýggjar síðan inn í einahvørja av hesum borgum, tá skulu hinir elstu í borg hansara senda menn til at taka hann haðani og geva hann upp í hendur blóðhevnarans til lívláts; eir honum ikki, men reinsa Ísrael frá sakleysum blóði, til tess at tað skal vignast tær væl. Tær er ikki loyvt at flyta markini hjá næsta tínum, tey, sum forfedrarnir hava sett við arvagrein tína, sum tær man lutast í tí landi, sum Harrin gevur tær til ognar. Maður skal ikki einsamallur bera vitni móti manni, tá ið um brotsgerðir og syndir er at røða, hvør synd tað nú er, sum hann hevur gjørt; men tvey ella trý skulu vitnini vera, tá ið tílík mál skulu verða avgjørd. Tá ið maður av illum huga vitnar ímóti manni og leggur hann undir lógarbrot, tá skulu báðir teir, ið kærumál eiga saman, koma fram fyri Harran, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru; og dómararnir skulu rannsaka málið gjølla; og roynist hann tá at vera falsvitni, sum hevur borið rangan vitnisburð móti bróður sínum, tá skalt tú gera so við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín; tú skalt oyða tað illa burtur frá tær. Og hinir, sum hoyra um hetta, munnu fara at óttast, so at tílík ógerð ikki verður framd aftur tykkara millum. Tú skalt ongum eira, lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond og fót fyri fót!
Tá ið tú fert í hernað móti fígginda tínum, og tú sært ross og vagnar og herlið, sum eru fjølmentari enn tú, tá skalt tú ikki óttast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hann, sum leiddi teg út úr Egyptalandi. Og tá ið tit leggja til orrustu, tá skal presturin ganga fram og tala til fólkið, og hann skal siga við teir: «Hoyr Ísrael! Tit leggja í dag til orrustu við fíggindar tykkara; latið nú ikki hug og hjarta bila tykkum, óttist ikki og skelvið ikki og verið ikki ræddir fyri teimum; tí at Harrin, Guð tykkara, man sjálvur vera í ferðini við tykkum og berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og geva tykkum sigur á teimum.» Síðan skulu umsjónarmenninir siga við fólkið: «Hvør maður, ið hevur bygt sær nýtt hús og enn ikki vígt tað, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður víga hús hans. Og hvør maður, ið hevur fingið sær víngarð, men enn ikki notið nakað av honum, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður føra sær víngarð hans í nýtslu. Og hvør maður, ið hevur fingið sær festarmoyggj, men enn ikki tikið hana til konu, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður taka hana til konu.» Framvegis skulu umsjónarmenninir tala til fólkið og siga: «Hvør maður, sum er ræddur og huglítil, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, so at hann loypir ikki ræðslu á brøður sínar.» Og tá ið umsjónarmenninir hava lokið talu sína til fólkið, tá skulu høvdingar verða skipaðir á odda fyri fólkinum. Tá ið tú býðst til orrustu við borg, skalt tú fyrst bjóða henni grið; og um hon tá tekur við grið av tær og letur upp borgarliðini, tá skal alt fólkið, sum har finst, verða vinnuskyldugt og træla hjá tær. Vil hon ikki binda frið við teg, men heldur leggja til orrustu við teg, tá skalt tú kringseta hana; og tá ið Harrin, Guð tín, hevur givið hana upp í hendur tínar, skalt tú fella alt kallkyn í henni við svørði. Men konur og børn og fenað og alt, sum í borgini er, alt, sum í henni verður rænt, er tær loyvt at taka sum herfong, og njóta tað, sum rænt verður frá fíggindum tínum, alt tað, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. Soleiðis skalt tú gera við allar borgir, ið liggja langt frá tær, sum ikki eru av borgum hesa tjóða. Men í borgum hesa tjóða, sum Harrin, Guð tín, letur lutast tær, skalt tú ikki lata nakað livandi kykt verða eftir; nei, tær skalt tú fullkomiliga bannføra, bæði Hetitar og Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær, til tess at teir skulu ikki læra tykkum at taka eftir øllum teim andstygdum, sum teir hava framt gudum sínum til heiðurs, so at tit synda móti Harranum, Guði tykkara. Tá ið tú herjar á borg og verður at kringseta hana mangar dagar til tess at taka hana, tá skalt tú ikki beina fyri trøum hennara við at reiggja øksini eftir teimum; tí at av teimum skalt tú liva; tú skalt ikki høgga tey, tí munnu trø markarinnar vera menn, at tey skulu svíða fyri kringseting tína? Eina tey trø, sum tú veitst ikki bera etandi aldin, er tær loyvt at beina fyri og høgga til tess at reisa úr teimum hervirki móti teirri borg, sum tú herjar á, til tú fært bilbugt við henni.
Um maður verður funnin liggjandi vigin úti á víðavangi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, og eingin veit, hvør ið dripið hann hevur, tá skulu tínir elstu og dómarar tínir fara út og meta veglongdina til borgirnar, sum liggja kring um hin vigna. Síðan skulu hinir elstu í teirri borg, ið liggur næst hinum vigna, taka kvígu, sum ikki hevur verið havd til vinnu og ikki gingið undir oki; og hinir elstu borgarinnar skulu leiða kvíguna oman at á við rennandi vatni í dali, sum hvørki verður veltur ella sáddur; og har í dalinum skulu teir hálsbróta kvíguna. Síðan skulu prestarnir, Levi synir, ganga fram; tí at teir hevur Harrin, Guð tín, útvalt til at gera tænastu og signa í navni Harrans, og teir skulu gera av hvørja trætu og hvørt kærumál um likamlig meiðsl – og allir hinir elstu í teirri borg, ið liggur næst hinum vigna, skulu tváa hendur sínar yvir kvíguni, sum liggur hálsbrotin í dalinum; og teir skulu taka til orða og siga: «Várar hendur hava ikki úthelt hetta blóð, og eygu vár hava ikki sæð tað. Fyrigev fólki tínum Ísrael, sum tú, Harri, hevur loyst út, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir fólk títt Ísrael.» Soleiðis skal verða veitt teimum sáttargerð fyri blóðsekt. Soleiðis skalt tú beina frá tær sakleyst blóð, so at tær má vignast væl, tá ið tú gert tað, sum rætt er í eygum Harrans. Tá ið tú fert í hernað móti fíggindum tínum, og Harrin, Guð tín, gevur teir upp í hendur tínar, og tú hertekur fólk millum teirra, og tú tá millum hinna hertiknu bert eyga við gentu, sum er fríð á at líta, so at tú fært hug á henni og vilt taka hana til konu, tá skalt tú leiða hana inn í hús títt; og hon skal raka høvur sítt og skera neglir sínar og fara úr fangabúna sínum; síðan skal hon dvølja í húsi tínum og syrgja faðir sín og móður sína heilan mánað. Eftir tað er tær loyvt at fara innar til hennara og vera saman við henni; og tá skal hon vera kona tín. Men verður tær ikki at dáma hana longur, tá skalt tú geva henni fult frælsi; tú mást als ikki selja hana fyri silvur og ikki fara illa við henni, við tað at tú hevur spilt hana. Um maður hevur tvær konur, og hann er góður við aðra, men fjónar hina, og bæði hon, sum hann er góður við, og hon, sum hann fjónar, føða honum synir, men frumgitni sonur hans er sonur hennara, sum hann fjónar, tá er honum ikki heimilt, tá ið hann skiftir ogn sína sundur millum sona sína, at geva syni hennara, sum hann er góður við, frumburðarrættin við órætti móti syni hennara, sum hann fjónar, hinum frumgitna. Men son hennara, ið hann fjónar, skal hann viðurkenna sum hin frumgitna og geva honum tvífaldan lut av øllum ognum sínum; tí at hann er frumgróður styrkleika hans; honum hoyrir frumburðarrætturin til. Eigur maður treiskan og ódællan son, sum hvørki lýðir faðir ella móður, og sum vil heldur ikki taka við aga, tá ið tey harta hann, tá skulu faðir hans og móðir taka hann hondum og leiða hann út fyri hinar elstu í borg hans, í borgarliðið har, og siga við hinar elstu har í borgini: «Hesin sonur okkara er bæði treiskur og ódællur og vil ikki lýða okkum; eisini er hann amari og drykkjumaður.» Tá skulu allir borgarmenn hansara grýta hann til bana. Soleiðis skalt tú beina frá tær alt tað illa, so at tað spyrst í øllum Ísrael og loypir ekka á menn. Tá ið maður ger seg sekan í deyðasynd, og hann hevur latið lív, og tú heingir hann upp í træ, tá skalt tú ikki lata likam hans hanga alla náttina uppi í trænum; men tú skalt jarða hann sama dagin; tí at hvør tann, ið hongdur er, er bannaður av Guði; tað land, sum Harrin, Guð tín, letur lutast tær, skalt tú ikki gera óreint.
Eingin, sum er geldur, hvørt tað er við melting ella skurði, má vera í savnaði Harrans; eingin, sum er føddur í hori má vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda ættarlið má nakar undan honum vera í savnaði Harrans. Hvørki Ammoniti ella Móabiti mega vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda lið má nakar undan teimum nakrantíð vera í savnaði Harrans, vegna tess at teir ikki komu ímóti tær við breyði og vatni, tá ið tú vart á ferð úr Egyptalandi, men leigaðu móti tær Bileam Beorsson úr Petor í Áram-Náháráim til at banna tær. Men Harrin, Guð tín, vildi ikki lurta eftir Bileami; og Harrin, Guð tín, broytti banningina til signing fyri teg, av tí at Harrin, Guð tín, elskar teg. Tú mást um ævir aldri leggja lag í gævu teirra og vælferð. Men tú mást ikki hava andstygd fyri Edómitum, tí at teir eru brøður tínir, heldur ikki Egyptum, tí at tú vart sjálvur útiseti í landi teirra. Avkomar teirra mega javnvæl í triðja ættarliði vera í savnaði Harrans. Tá ið tú fert í hernað móti fíggindum tínum, tá skalt tú vara teg frá øllum rongum. Er einhvør maður við tær, sum ikki er reinur vegna tess, ið honum hevur verið fyri um náttina, tá skal hann fara út um herbúðirnar og má ikki koma inn í herbúðirnar. Men tá ið komið er at kvøldi, skal hann tváa sær í vatni, og um sólsetur má hann koma inn aftur í herbúðirnar. Fyri uttan herbúðirnar skalt tú hava stað avvegis; út hagar skalt tú fara, og tú skalt hava sneis í belti tínum; og tá ið tú setir teg niður har úti, skalt tú grava hol við sneisini og soleiðis hylja tað, sum av tær kemur; tí at Harrin, Guð tín, gongur um í herbúðum tínum til tess at hjálpa tær og geva tær vald á fíggindum tínum; tí skulu herbúðir tínar vera heilagar, so at hann ikki sær nakað at vamlast við hjá tær og snýr sær frá tær. Tú skalt ikki fáa húsbónda træl hans aftur, sum flýddur er til tín undan húsbónda sínum; hann skal sleppa at taka upp bústað hjá tær á tí staði, sum hann velur, í einihvørjari av borgum tínum, har honum hóvar best; tú mást ikki gera honum nakað til meina. Eingin ísraelitisk kona og eingin ísraelitiskur kallmaður má halga seg skøkjulevnaði. Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundsgjaldi inn í hús Harrans, Guðs tíns, javnvæl um eitthvørt heiti hevur verið strongt; tí at bæði hesi eru Harranum, Guði tínum, andstyggilig. Tú mást ikki taka leigu frá bróður tínum, hvørki av silvuri ella matvørum ella av nøkrum øðrum, ið leiga verður tikin av. Frá útlendskum manni mást tú taka leigu, men ikki frá bróður tínum, so at Harrin, Guð tín, má vælsigna teg í øllum, sum tú tekst við í tí landi, sum tú nú fert inn í til tess at ogna tær tað. Tá ið tú streingir Harranum, Guði tínum, heiti, mást tú ikki drála við at evna tað; tí at Harrin, Guð tín, vil vissuliga krevja tað av tær; og tað verður tær synd. Men hevur tú teg undan at streingja heiti, tá gert tú teg ikki sekan í synd fyri tað. Tað, sum komið er yvir varrar tínar, skalt tú halda og evna, við at tú sjálvboðin og við egna munni tínum hevur strongt Harranum, Guði tínum, heiti. Tá ið tú kemur inn í víngarð næsta tíns, mást tú eta vínber, sum tær lystir, til tú ert mettur, men upp í skjáttu tína mást tú einki lata. Og kemur tú gjøgnum akur næsta tíns, mást tú tína øks við hond tíni, men akurknív mást tú ikki bera á akur næsta tíns.
Tá ið maður tekur sær konu og legst við henni, men hon ikki finnur náði í eygum hans, av tí at hann verður varur við eitthvørt ótokkaligt hjá henni, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, tá er henni heimilt, eftir at hon er farin av húsi hans, at giftast øðrum manni; men um nú seinni maður hennara fjónar hana og skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, ella at seinni maðurin, ið tók hana til konu, doyr, tá má fyrri maður hennara, sum sendi hana burtur, ikki taka hana aftur til konu, eftir at hon er vorðin órein, tí at tað er Harrranum andstygd, og tú skalt ikki føra synd yvir tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar. Tá ið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara í hernað og eingin skylda verða løgd á hann; hann skal hava loyvi at vera heima eitt ár og gleða seg saman við konu síni, sum hann hevur fingið sær. Tú mást ikki veðtaka kvørn ella ovara kvarnarstein, tí at tað er at veðtaka lív mansins. Verður komið fram á mann, ið stjelur einhvønn av brøðrum sínum, einhvønn av Ísraelsmonnum, pínir hann og selur hann sum træl, tá skal tílíkur tjóvur týna lívið. Soleiðis skalt tú beina tað illa burtur frá tær. Vara teg fyri líktrá, so at tú vandaliga heldur tað, sum Levitaprestarnir siga tykkum; eftir tí, sum eg havi boðið teimum, skulu tit vandaliga fara at. Minst til, hvat Harrin, Guð tín, gjørdi við Mirjam á ferð tykkara úr Egyptalandi! Tá ið tú lænir næsta tínum eitthvørt, tá mást tú ikki fara inn í hús hansara og veðtaka nakað hjá honum. Tú skalt verða standandi fyri uttan, og maðurin, sum tú lænir, skal koma út til tín við veðnum. Men er hann fátækur, mást tú ikki fara til hvíldar í tí, sum tú hevur veðtikið av honum. Men tú skalt fáa honum veðið aftur um sólsetur, so at hann kann leggja seg í skikkju síni og biðja alt gott yvir teg og tú standa rættvísur fyri ásjón Harrans, Guðs tíns. Tú mást ikki níva hin neyðstadda, fátæka bønarmannin, hvørt hann er ein av brøðrum tínum ella útiseti, sum býr í landi tínum innan borgarliða tína. Tú skalt greiða honum løn hansara sama dagin, áður enn sól fer til viða; tí at hann er fátækur og bíðar eftir henni við langtan; annars rópar hann til Harrans yvir teg; og tað verður tær synd. Fedrarnir skulu ikki lata lív fyri tað, sum børnini hava brotið, og børnini ikki lata lív fyri tað, sum fedrarnir hava brotið; hvør skal lata lív fyri sína egnu synd. Tú mást ikki reingja rætt útisetans ella faðirloysingans og ikki veðtaka klæði einkjunnar. Minst til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, loysti teg út haðan; tessvegna bjóði eg tær at gera hetta. Tá ið tú bert inn kornið av akri tínum og gloymir bundi eftir úti í elmuni, tá skalt tú ikki fara út aftur eftir tí; útisetin, faðirloysingin og einkjan skulu hava tað, til tess at Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í øllum, sum tú tekur tær fyri. Tá ið tú hevur sligið ávøkstin niður úr oljutrøum tínum, tá skalt tú ikki fara aftur í greinarnar at leita; tað, sum tá er eftir, skulu útisetin og faðirloysingin og einkjan hava. Tá ið tú tínir víngarð tín, tá skalt tú ikki henta aftur umaftur; tað, sum eftir er, skulu útisetin, faðirloysingin og einkjan hava. Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; tessvegna bjóði eg tær at gera hetta.
Tá ið tú ert komin inn í landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, og tú hevur lagt tað undir teg og tikið upp bústað í tí, tá skalt tú taka eitt sindur av øllum tí fyrsta jarðarávøksti, sum tú fært av landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, og leggja tað upp í tægu og koma við tí á tann stað, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar. Og tú skalt ganga fyri prestin, sum tá er, og siga við hann: «Eg vátti við hesum í dag fyri Harranum, Guði tínum, at eg eri komin í tað land, sum Harrin svór fedrum várum at geva okkum!» Og presturin skal taka tæguna úr hond tíni og seta hana niður fyri framman altar Harrans, Guðs tíns. Tá skalt tú taka til máls og siga fyri ásjón Harrans, Guðs tíns: «Ættarfaðir mín var umreikandi Áramiti; hann fór niður til Egyptalands og dvaldi har í útisetri við fáum monnum; men gjørdist hann har mikil, sterk og fjølment tjóð. Men Egyptar fóru illa við okkum, nívdu okkum og løgdu harða trælavinnu á okkum. Tá rópaðu vit til Harrans, Guðs fedra vára, og Harrin hoyrdi rødd vára og leit at eymd vári, treytum og trongdum várum. Og Harrin leiddi okkum út úr Egyptalandi við sterkari hond og útrættum armi, við øgiligum stórverkum, teknum og undrum. Hann leiddi okkum á henda stað og gav okkum hetta land, sum flýtur í mjólk og hunangi. Og nú framberi eg frumgróðurin av ávøkstinum í tí landi, sum tú, Harri, hevur givið mær!» Síðan skalt tú seta tæguna frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, og tilbiðja fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, og vera glaður um alt tað góða, sum Harrin, Guð tín, hevur givið tær, bæði tú og húski títt, Levitin og útisetin, sum hjá tær búgva. Tá ið tú triðja árið, tíggjundárið, hevur greitt úr hondum alla tíggjundina av úrtøku tíni og latið Levitan, útisetan, faðirloysingan og einkjuna fáa hana, so at tey mega eta seg mett innan borgarliða tína, tá skalt tú siga frammi fyri Harranum, Guði tínum: «Eg havi nú latið hitt heilaga av húsi mínum og latið Levitan, útisetan, faðirloysingan og einkjuna fáa tað og havi farið vandaliga eftir øllum tí, sum tú hevur boðið mær; einki av boðorðum tínum havi eg brotið ella gloymt. Eg havi einki etið av tí í sorg míni og einki latið frá mær av tí, meðan eg var óreinur, og einki havi eg givið burtur av tí deyðum til handa; eg havi lýtt rødd Harrans, Guðs míns, og farið at í øllum lutum, eins og tú hevur boðið mær. Lít tí niður frá heilaga bústaði tínum, frá himni, og vælsigna fólk títt, Ísrael, og landið, sum tú hevur givið okkum, eins og tú svórt fedrum várum, land, sum flýtur í mjólk og hunangi!» Í dag býður Harrin, Guð tín, tær at halda hesar skipanir og lógir; tí skalt tú vandaliga varðveita tær og halda tær av heilum huga og av allari sál tíni. Tú hevur í dag latið Harran játta tær, at hann skal vera Guð tín, og at tit skulu ganga leiðir hans og varðveita skipanir, boðorð og lógir hans og lýða reyst hans; og Harrin hevur í dag latið teg játta, at tú skalt vera ognarfólk hans, eins og hann hevur sagt tær, og varðveita øll boðorð hans; so at hann má hevja teg yvir allar tjóðir, sum hann hevur skapað til lovs, heiðurs og prýðis, og at tú skalt vera Harranum, Guði tínum, heilag tjóð, eins og hann hevur sagt.
Síðan buðu Móses og Ísraels elstu fólkinum og søgdu: «Varðveitið øll tey boðorð, sum eg bjóði tykkum í dag! Tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan inn í landið, sum Harrin, Guð tín, man geva tær, tá skalt tú reisa upp stórar steinar og smyrja teir við kálki og rita á teir øll orð í hesi lóg, so skjótt sum tú ert komin yvirum, til tess at tú mást koma inn í tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, land, sum flýtur í mjólk og hunangi, eins og Harrin, Guð fedra tína, hevur lovað tær. Og tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan, skulu tit reisa upp hesar steinar, sum eg havi boðið tykkum í dag, á Ebals fjalli og smyrja teir við kálki. Og har skalt tú reisa Harranum, Guði tínum, altar, altar av steinum, sum jarnamboð ikki hevur verið reiggjað yvir. Av óhøgdum steinum skalt tú reisa altar Harrans, Guðs tíns; og á tí skalt tú ofra Harranum, Guði tínum, brennioffur; og tú skalt slátra takkaroffur og halda máltíð har og vera glaður fyri ásjón Harrans, Guðs tíns. Og á steinarnar skalt tú greiniliga rita øll orðini í hesari lóg.» Síðan talaðu Móses og Levitaprestarnir til allan Ísrael og søgdu: «Gev nú ljóð, Ísrael, og lýð á! Í dag ert tú vorðin fólk Harrans, Guðs tíns. Tí skalt tú lýða rødd Harrans, Guðs tíns, og halda boðorð hans og skipanir tær, sum eg í dag leggi fyri teg.» Tann dagin beyð Móses fólkinum og segði: «Hesir skulu standa á Gárizim fjalli til tess at vælsigna fólkið, tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan: Símeon, Levi, Júda, Issakar, Jósef og Benjamin. Og til tess at lýsa banning skulu hesir standa á Ebals fjalli: Ruben, Gád, Ásjer, Zebulon, Dán og Naftali. Og Levitarnir skulu taka til máls og við harðari rødd siga við allar Ísraelsmenn: Bannaður veri tann maður, ið ger sær skurðgud ella stoypta gudamynd, Harranum andstygd, og handaverk av smiði, og reisir tað í loyndum. Og alt fólkið skal svara og siga: Amen! Bannaður veri tann, ið vanmetir faðir sín og móður sína! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið flytur markaskil næsta síns! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið leiðir blindan mann av leið! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið reingir rætt útisetans, faðirloysingans og einkjunnar! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við konu faðirs síns, tí at hann hevur lyft upp áklæði faðirs síns! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við nakað djór. Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við systur sína, hvørt hon er dóttir faðirs hans ella móður hans! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið hevur samlegu við vermóður sína! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið drepur næsta sín á loyningum! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið tekur við mutri til tess at bana sakleysum manni! Og alt fólkið skal svara: Amen! Bannaður veri tann, ið ikki heldur í gildi orðunum í hesi lóg, so at hann ger eftir teimum! Og alt fólkið skal svara: Amen!
Um tú nú ert Harranum, Guði tínum, lýðin, so at tú vandaliga heldur øll boðorð hans, sum eg í dag leggi fyri teg, tá man Harrin, Guð tín, hevja teg yvir allar tjóðir á jørð; og tá munnu allar hesar signingar verða tær fyri og sannast á tær, um tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns: Signaður skalt tú vera í borg, og signaður skalt tú vera á bø. Signaður ávøkstur kviðar tíns, signaður ávøkstur lands tíns og signaður ávøkstur fenaðar tíns, tað, sum við verður sett undan neytum tínum og burðir smala tína. Signað tæga tín og deigtrog títt. Signaður skalt tú vera, tá ið tú gongur inn; og signaður skalt tú vera, tá ið tú gongur út. Tá ið fíggindar tínir rísa upp ímóti tær, skal Harrin, Guð tín, lata teir lúta fyri tær. Ein veg skulu teir koma ímóti tær; men sjey vegir skulu teir flýggja undan tær. Harrin skal bjóða signing síni at vera við tær í goymsluhúsum tínum og í øllum, sum tú tekst við, og vælsigna teg í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. Harrin skal gera teg til tjóð, sum er honum heilag, eins og hann hevur svorið tær, um tú varðveitir boðorð Harrans, Guðs tíns, og gongur leiðir hansara; allar tjóðir á jørð munnu tá síggja, at navn Harrans er nevnt yvir tær, og fáa ótta fyri tær. Og Harrin man geva tær nøgdir av øllum góðum, bæði av ávøksti kviðar tíns og ávøksti fenaðar tíns og av ávøksti í landi tínum, ið Harrin svór fedrum tínum at geva tær. Harrin skal lata upp fyri tær goymslubúr sítt, hitt góða, himinin, til tess at geva landi tínum regn í tøkum tíma og vælsigna alt handaverk títt; og tú manst veita mongum tjóðum lán, men sjálvum tær skal einki lán tørva. Harrin man gera teg til høvur og ikki til hala; støðugt skalt tú stíga hægri upp og ongantíð dala, um tú lýðir boðorðum Harrans, Guðs tíns, sum eg í dag bjóði tær at halda vandaliga, og um tú ikki víkur frá nøkrum av teimum boðum, sum eg í dag bjóði tær, hvørki til høgru ella til vinstru til tess at elta aðrar gudar og dýrka teir. Men lýðir tú ikki rødd Harrans, Guðs tíns, og ikki vandaliga heldur øll boðorð hans og fyriskipanir, sum eg í dag bjóði tær, tá skulu allar hesar banningar verða tær fyri og koma oman yvir teg: Bannaður skalt tú vera í borgini, og bannaður skalt tú vera á bønum. Bannað skal tín tæga vera og deigtrog títt. Bannaður skal ávøkstur kviðar tíns vera og ávøkstur lands tíns, tað, sum við verður sett undan neytum tínum og burðir smala tína. Bannaður skalt tú vera, tá ið tú gongur inn, og bannaður skalt tú vera, tá ið tú gongur út. Hvat tú enn hevst at ella tekst við, so skal Harrin senda banningina og ræðsluna og hóttanina yvir teg, til tú ferst og oyðist í bræði aftur fyri illgerð tína, at tú segði meg burtur. Harrin skal lata drepsóttina loða við teg, til hann hevur avoytt teg úr tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. Harrin man sláa teg við tæringi, við hitasótt og brunasótt, við hita og turki, við svartaroða, og gulnan, og hetta skal søkja at tær, til tú ert avoyddur. Himinin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar og jørðin undir fótum tínum sum jarn. Regnið í landi tínum skal Harrin broyta í sand, og dustið skal koma av himni niður yvir teg, til tú ferst. Og Harrin skal lata teg lúta fyri fíggindum tínum; ein veg skalt tú halda móti teimum, men sjey vegir skalt tú flýggja undan teimum; og tú skalt verða ræða fyri øllum ríkjum á jørð. Ræ tíni skulu verða øllum fuglum himinsins og øllum djórum jarðarinnar til matna, og eingin skal styggja tey burtur. Harrin skal sláa teg við Egyptalands svullum og kýlum, við skurvum og óferi, sum ikki verða grødd aftur. Harrin skal sláa teg við ørvitisskapi, blindi og vitloysi. Á alljósum degi skalt tú trilva teg fram, eins og blindur trilvar í myrkri; ongantíð skal eydnan fylgja tær; allar dagar skalt tú verða nívdur og rændur, og eingin skal koma tær til hjálpar. Konuna, sum tú festir tær, skal annar taka í favn; húsinum, sum tú byggir tær, skalt tú ikki búgva í; og tú skalt leggja inn víngarð, men ikki njóta ávøkst hans. Oksi tín skal verða slátraður fyri eygunum á tær, men tú skalt einki njóta av honum; asni tín skal verða rændur, meðan tú sært tað, og ikki koma aftur til tín; fíggindar tínir skulu fara við smalum tínum og eingin hjálpa tær. Synir tínir og døtur skulu verða yvirgivin fremmandari tjóð, og tú skalt síggja tað við egnum eygum og ørmaktast tann líðilanga dag av langtan eftir teimum og tó einki fáa gjørt. Ávøkstin av jørð tíni og av øllum strevi tínum skal tjóð, sum tú ikki kennir, eta upp; allar dagar skalt tú verða kúgaður og illa viðfarin. Og tú verður vitleysur av øllum tí, sum eygu tíni skulu líta at. Harrin skal sláa teg við ringum, ógrøðandi svullum, bæði um knæ og leggir, ja, frá iljum og alt upp at hvirli. Harrin skal leiða teg og kongin, sum tú skipar tær, burtur til tjóð, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent; og har skalt tú dýrka aðrar gudar, stokkar og steinar. Tú skalt verða til øtan, tiltak og spott millum allar tjóðir, sum Harrin leiðir teg til. Stórar veltur skalt tú sáa, men bera lítið undir lonir; ongspretturnar skulu eta tað upp. Tú skalt leggja tær víngarðar inn og dyrka teir, men hvørki fáa vín at drekka ella til goymslu; maðkurin skal oyða tað. Um alt land títt skalt tú hava oljutrø, men ikki fáa olju at salva teg við; tí at oljuberini skulu detta av. Synir og døtur skalt tú ala og tó eingi børn hava, tí at tey skulu verða herleidd. Øll trø tíni og ávøkstin av jørð tíni skulu flogkyktini leggja undir seg. Útisetin, sum hjá tær býr, skal hevja seg upp um teg hægri og hægri, meðan tú skalt lúta lægri í hvørjum. Hann skal veita tær lán, men tú skalt einki hava at læna honum; hann skal verða høvur, men tú skalt verða hali. Allar hesar banningar skulu vera tær fyri, og tær skulu elta teg og koma oman yvir teg, til beint er fyri tær, av tí at tú lýddi ikki rødd Harrans, Guðs tíns, so at tú varðveitti boðorð og skipanir hansara, sum hann legði fyri teg. Tey skulu elta teg og avkom títt sum tekin og undur um allar ævir. Aftur fyri at tú ikki tænti Harranum, Guði tínum, við gleði og hjartans tøkk, av tí at tú hevði alskyns nøgdir, tí skalt tú svangur og tystur, nakin og ørfátækur tæna fíggindum tínum, sum Harrin sendir á teg; hann man leggja jarnok á háls tín, til tú ert fullkomiliga avoyddur. Harrin skal búgva út fjarlagda tjóð frá jarðarinnar enda móti tær; eins og ørnin skal hon koma fljúgvandi, tjóð, hvørjar mál tú ikki skilur, harðrend tjóð, ið hvørki skoytir gomlum, ella eirir ungum; hon man eta upp ávøkst fenaðar tíns og ávøkst jarðar tínar, til tú ert oyddur; og hon skal ikki leiva tær korn ella aldinløg ella olju ella tínar viðsettu oksar ella burðir smala tína, til hon hevur avoytt teg. Hon skal kringseta teg í øllum borgum tínum, til tínir høgu, sterku borgargarðar, sum tú troystar á, rapa niður um alt land títt; hon skal kringseta teg í øllum borgum tínum allastaðni í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. Tá skalt tú eta ávøkst kviðar tíns, kjøtið av sonum og døtrum tínum, sum Harrin, Guð tín, hevur givið tær; tílíka trongd og neyð skulu fíggindar tínir lata ganga á teg. Ja, hin vandnasti og bleytlyntasti maðurin skal tá kveita ilskur at bróður sínum og konuni, sum hann fevnir, og at teimum børnum, sum hann hevur eftir, og ikki unna nøkrum teirra nakað burtur av kjøti barna sína, sum hann etur, av tí at hann einki annað hevur eftir; tílíka trongd og neyð skulu fíggindar tínir lata ganga á teg innan øll borgarlið tíni. Og matvandin kona, ið er so bleytlynt, at hon ikki býður til at seta fótin á jørðina fyri mjúklevnað og tepurskapi, skal kveita ilsk at manninum, ið fevnir hana, og syni sínum og dóttur síni og ikki unna teimum bita av eftirburðinum ella barninum, sum hon nýliga hevur føtt, men eta tað sjálv í loyndum; so ørfátæk skal hon verða, og tílíka trongd og neyð skulu fíggindar tínir lata ganga á teg innan borgarliða tína. Um tú ikki vandaliga heldur øll orð í hesi lóg, sum skrivað standa í hesari bók, so at tú óttast hetta dýrmetta og øgiliga navn, Harran, Guð tín, tá skal Harrin lata ovurmiklar plágur koma yvir teg og avkom títt, miklar og áhaldandi plágur og ringar og áhaldandi sjúkur og senda á teg Egyptalands sjúkur, sum tú ønskrast fyri; og tær loða við teg. Ja, eisini allar tær sjúkur og plágur, sum ikki er skrivað um í hesi lógbók, skal Harrin lata koma yvir teg, til beint er fyri tær. Tit, ið áður vóru fjølmentir sum stjørnur himinsins, skulu tá einans verða nakrir fáir menn eftir, av tí at tú ikki lýddi rødd Harrans, Guðs tíns. Eins og Harrin áður gleddist yvir at gera væl við tykkum og gera tykkum fjølmentar, soleiðis skal Harrin nú gleðast yvir at forkoma tykkum og oyða tykkum; og tit skulu verða riknir burtur úr tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. Og Harrin skal spjaða teg um millum tjóðanna frá einum enda landsins í annan; og har skalt tú dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, stokkar og steinar. Og millum teirra tjóða skalt tú hvørki finna náðir ella hvílustað, heldur man Harrin geva tær nøtrandi hjarta, trútnað eygu og ørmaktaða sál. Lív títt skal tykjast tær at hanga í einum hári, og nátt sum dag skalt tú vera í angist og aldri vera ekkaleysur um lív títt. Um morgunin skalt tú siga: «Á, gævi tað var kvøld!» Og um kvøldið skalt tú siga: «Á, gævi tað var morgun!» Tílíka ræðslu skalt tú kenna í hjarta tínum, og so ræðuligt verður tað, sum eygu tíni skulu fáa at síggja. Harrin skal flyta teg aftur til Egyptalands á skipum, ta leið, sum eg segði tær, at tú ongantíð skuldi fáa aftur at síggja; og har skulu tit bjóða tykkum fram til sølu sum trælir og trælkvendi hjá fíggindum tykkara; men eingin skal hava hug at keypa tykkum.»
Hesi eru orð sáttmálans, ið Harrin beyð Mósesi at gera við Ísraelsmenn í Móab landi umframt sáttmálan, sum hann gjørdi við teir undir Hóreb. Og Móses stevndi saman øllum Ísraelsmonnum og mælti við teir: Tit hava sæð alt tað, sum Harrin gjørdi fyri eygum tykkara í Egyptalandi við Fárao og allar tænarar hans og alt land hans, hinar miklu roynslur, sum tú sást við egnum eygum, hini miklu tekin og undur. Men alt fram at hesum degi hevur Harrin ikki givið tykkum hjarta til at skilja við og eygu til at síggja við og oyru til at hoyra við. Í fjøruti ár leiddi eg tykkum um oyðimørkina; klæði tykkara vórðu ikki slitin á tykkum, og skógvar tykkara slitust ikki upp á fótum tykkara; breyð høvdu tit einki at eta og einki vín og ongan mjøð at drekka, til tess at tit skuldu vita, at eg eri Harrin, Guð tykkara. Og tá ið tit komu higar, og Sihon kongur í Hesjbon og Og kongur í Básjan komu ímóti okkum til bardaga, tá vunnu vit sigur á teimum og tóku land teirra og lótu tað lutast Rubenitum og Gáditum og hálvari Manasse ætt. Varðveitið tí orðini í hesum sáttmála og gerið eftir teimum, til tess at eydnan má fylgja tykkum í øllum, sum tit havast at. Tit standa í dag allir frammi fyri Harranum, Guði tykkara: høvuðsmenn tykkara og dómarar og tykkara elstu og umsjónarmenn, hvør maður í Ísrael, børn tíni og konur tínar og útisetarnir í herbúðum tínum, bæði viðahøggarar og vatnberar, til tess at ganga undir sáttmála Harrans, Guðs tíns, og inn í tað eiðfesta samfelag, sum Harrin, Guð tín, bindur við teg í dag, til tess at hann í dag má gera teg til fólk sítt, so at hann verður Guð tín, eins og hann lovaði tær, og eins og hann svór fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. Og ikki við tykkum eina geri eg henda sáttmála og hetta eiðfesta samfelag, men við teir, sum her í dag saman við okkum standa frammi fyri Harranum, Guði várum, og við teir, sum ikki eru her í dag saman við okkum; tí at tit vita sjálvir, at vit búðu í Egyptalandi, og hvussu vit ferðaðust gjøgnum tær tjóðir, vit nú eru komin um. Og tit sóu andstygdir og skurðgudar teirra úr træ og steini, silvuri og gulli, sum teir høvdu. Latið tí ikki finnast hjá tykkum kall ella konu, heim ella ætt, sum í dag snýr sínum hjarta frá Harranum, Guði várum, til tess at fara at dýrka gudar hesa tjóða; latið onga rót vera hjá tykkum, sum eitur og malurt sprettur upp av, ongan, ið sigur seg sælan í hjartanum, tá ið hann hoyrir orð hesar eiðgerðar og heldur: «Mær skal eydnan fylgja, tó at eg haldi fram eftir treiska hjarta mínum.» Tí at tá førir hann bann yvir bæði bygd og óbygd. Harrin skal ikki fyrigeva honum; heldur man vreiði Harrans og vandlæti hans tendrast móti tílíkum manni, og øll banningin, sum er ritað í hesi bók, koma oman yvir hann; og Harrin skal strika út navn hans undir himni. Til glatanar skal Harrin skilja hann burtur úr øllum ættum Ísraels, samsvarandi øllum banningum sáttmálans, ið ritaður er í hesi lógbók. Og tá ið komandi ættir, børn tykkara, sum koma aftan á tykkum, og fremmandir úr fjarløgdum londum síggja tær plágur og sóttir, sum Harrin hevur nívt hetta land við, so at tað er vorðið at brennisteini og salti, alt samalt avsviðið, so at einki verður sáað, og einki grør, og eingin urt sprettur upp av jørðini, men alt er vorðið kollvelt eins og Sódoma og Gómorra og Adma og Zebojim, sum Harrin kollvelti í vreiði og bræði síni, tá munnu teir fara at spyrja og allar tjóðir við teimum: «Hví hevur Harrin farið so við hesum landi? Av hvørjum hevur staðist henda mikla brennandi bræði?» Tá skal verða svarað: «Av tí at teir góvu sáttmála Harrans, Guðs fedra sína, yvir, sum hann gjørdi við teir, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi og gingu at dýrka aðrar gudar og tilbóðu teir, gudar, sum teir ikki kendu áður, og sum hann ikki hevði givið teimum lut í; tí upptendraðist vreiði Harrans ímóti hesum landi, so at hann læt koma yvir tað alla ta banning, sum ritað er í hesari bók, og tí sleit Harrin teir upp úr landi teirra í vreiði og øði og miklari bræði og tveitti teir burtur í annað land, har teir enn eru.» Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga, so at vit mega gera eftir øllum tí, sum ritað er í hesi lóg.
Men tá ið alt hetta kemur yvir teg: bæði signingin og banningin, sum eg í dag leggi fram fyri teg, og tú leggur tær tað í geyma har úti millum allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, rekur teg til, og tú snýrt tær aftur til Harrans, Guðs tíns, og lýðir rødd hans í øllum, sum eg bjóði tær í dag, bæði tú og børn tíni, av heilum huga og av allari sál, tá skal Harrin, Guð tín, venda lagnu tíni og várkunna tær og savna teg aftur saman úr øllum teimum tjóðum, har hann hevur spjatt teg um. Um so tíni burturriknu eru úti undir ytstu væðing himinsins, skal Harrin, Guð tín, tó savna tey saman og søkja tey aftur haðan. Harrin, Guð tín, skal føra teg inn í landið, sum fedrar tínir løgdu undir seg; tú skalt taka tað til ognar; og hann skal gera teg eydnuríkari og fjølmentari enn fedrar tínir vóru. Og Harrin, Guð tín, skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so at tú elskar Harran, Guð tín, av heilum huga og allari sál tíni, til tess at tú skalt liva, men oman yvir fíggindar tínar, ið hata teg og søkja at tær, skal Harrin, Guð tín, lata koma allar hesar banningar. Og tá skalt tú aftur lýða rødd Harrans, Guðs tíns, og halda øll boðorð hansara, sum eg í dag bjóði tær. Og Harrin, Guð tín, skal veita tær góða úrtøku av øllum, sum tú tekst við, bæði av ávøksti kviðar tíns og av ávøksti fenaðar tíns og av ávøksti jarðar tínar; tí at Harrin skal aftur gleðast yvir teg til gævu, eins og hann gleddist yvir fedrar tínar, so satt sum tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og varðveitir boðorð og skipanir hans, ið ritað eru í hesi lógbók, so satt sum tú vendir við til Harrans, Guðs tíns, av heilum huga og av allari sál tíni. Tí at hetta boð, sum eg í dag leggi fyri teg, er tær ikki ov torskilið ella fjarlagið. Tað er ikki uppi í himninum, so at tær er tørvur at siga: «Hvør vil fara fyri okkum upp í himinin og søkja okkum tað haðan og kunngera okkum tað, so at vit mega gera eftir tí.» Heldur ikki er tað handan havið, so at tær er tørvur á at siga: «Hvør vil fara fyri okkum yvir um havið og flyta okkum tað higar og kunngera tað fyri okkum, so at vit mega gera eftir tí.» Nei, orðið er tætt hjá tær, í munni og hjarta tínum, so at tú kanst gera eftir tí. Sí, eg havi í dag lagt fram fyri teg lív og gævu, deyða og ógævu; um tú varðveitir boðorð Harrans, Guðs tíns, sum eg í dag havi lagt fyri teg, so at tú elskar Harran, Guð tín, og gongur leiðir hansara og heldur skipanir hans, boðorð og lógir, tá skalt tú liva og fjølgast, og Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. Men víkur hjarta títt frá, og tú verður ólýðin og fer at tilbiðja aðrar gudar og dýrka teir, tá boði eg tykkum í dag, at tit skulu vissuliga farast og ikki liva leingi í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar. Eg stevni í dag bæði himni og jørð til vitnis ímóti tykkum, at eg havi lagt fram fyri tykkum lívið og deyðan, signingina og banningina. Vel nú lívið, so at tú mást liva og avkom títt, við at elska Harran, Guð tín, og lýða rødd hans og halda fast við hann; í tí stendur lív títt, og hvussu leingi tú skalt verða búgvandi í tí landi, sum Harrin svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva teimum.»
Tá ið Móses hevði lokið at mæla hesum orðum til Ísraelsmanna, segði hann við teir: «Eg eri nú eitt hundrað og tjúgu ára gamal; eg kann nú ikki longur ferðast tykkara millum sum áður; og Harrin hevur sagt við meg, at eg skal ikki koma yvir Jórdan har; men Harrin, Guð tín, skal sjálvur fara yvir um á odda fyri tær og týna hesar tjóðir fyri tær; so at tú leggur tær undir teg. Og Jósva skal fara yvirum á odda fyri tær, eins og Harrin hevur sagt. Harrin skal fara við teimum, eins og hann fór við Sihoni og Og, kongum Ámorita og londum teirra, sum hann oyddi. Og Harrin skal geva teir tykkum í vald, og tit skulu fara við teimum samsvarandi øllum teimum boðorðum, sum eg havi lagt fyri tykkum. Verið reystir og hugdjarvir og óttist ikki og verið ikki ræddir fyri teimum, tí at Harrin, Guð tín, vil sjálvur fara við tær; hann skal ikki sleppa tær og ikki geva teg yvir.» Móses kallaði tá Jósva fyri seg og segði við hann, meðan allur Ísrael var hjá: «Ver reystur og hugdjarvur, tí at tú skalt leiða hetta fólkið inn í tað landið, sum Harrin svór fedrum teirra at geva teimum, og tú skalt skifta tað sundur teirra millum. Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!» Síðan ritaði Móses hesa lóg og fekk hana prestunum upp í hendur, Levi sonum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, og øllum Ísraels elstu. Og Móses beyð teimum svá: «Sjeynda hvørt ár, frælsisárið, á leyvskálahátíðini, tá ið allur Ísrael kemur fram fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, á tí staði, sum hann velur, tá skalt tú lesa hesa lóg upp, so at allur Ísrael hoyrir hana. Savna tá fólkið saman, bæði kallar og konur, børn og útisetarnar, sum búgva í borgum tínum, til tess at tey mega lýða á og læra at óttast Harran, Guð tykkara, og vandaliga halda øll orð í hesi lóg. Og børn teirra, sum enn ikki kenna hana, skulu lýða á hana og læra at óttast Harran, Guð tykkara, allar teir dagar, tit liva í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar.» Síðan segði Harrin við Móses: «Nú nærkast deyðastund tín; kalla tí á Jósva og gangið inn í samfundartjaldið, so skal eg geva honum fyriskipanir mínar.» Og Móses og Jósva fóru og tóku støðu í samfundartjaldinum. Tá birtist Harrin í tjaldinum í skýstólpa, og skýstólpin varð standandi við dyr tjaldsins. Og Harrin segði við Móses: «Sí, tá ið tú nú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man hetta fólk fara at horfiknast aftan á fremmandar gudar í tí landi, sum teir nú koma inn í; teir fara at geva meg yvir og slíta tann sáttmála, sum eg gjørdi við teir. Men tá skal eg lata vreiði mína tendrast ímóti teimum og geva teir yvir og fjala andlit mítt fyri teimum; og teir skulu verða uppetnir, og alt ilt og neyð skal koma yvir teir. Á tí degi skulu teir siga: Man ikki henda ógæva vera komin yvir okkum, av tí at Guð vár ikki er við okkum? Tá skal eg vissuliga fjala andlit mítt fyri teimum, aftur fyri alt tað illa, sum teir gjørdu, við at víkja at øðrum gudum. Men rita nú hetta kvæði upp og lær Ísraelsmenn tað; legg teimum tað í munn, so at hetta kvæði verður mær til vitnisburðar ímóti Ísraelsmonnum. Tí at eg man leiða teir inn í tað landið, sum eg svór fedrum teirra, land, sum flýtur í mjólk og hunangi; men tá ið teir hava etið seg mettar og eru væl í holdum, fara teir at víkja at øðrum gudum og dýrka teir, men havna mær og slíta sáttmála mín. Og tá ið síðan alt ilt og øll neyð kemur yvir teir, skal hetta kvæði bera vitni móti teimum; tí at tað skal ikki verða gloymt í munni avkoms teirra. Tí at eg veit, hvat teir hava í kvittanum at gera, longu áður enn eg havi leitt teir inn í landið, sum eg svór fedrum teirra.» Sama dagin ritaði Móses hetta kvæði upp og læt Ísraelsmenn læra seg tað. Síðan beyð hann Jósva Nunssyni og segði: «Ver reystur og hugdjarvur; tí at tú skalt føra Ísraelsmenn inn í landið, sum eg svór teimum; og eg skal vera við tær.» Tá ið Móses hevði lokið at rita upp í bók øll orð í hesi lóg, beyð hann Levitunum, sum bóru sáttmálaørk Harrans og segði: «Takið hesa lógbók og leggið hana við liðina á sáttmálaørk Harrans, Guðs tykkara, so at hon verður goymd til vitnis ímóti tær. Tí at eg man kenna tvørlyndi títt og treiski. Sí, enn í dag, meðan eg eri á lívi saman við tykkum, hava tit verið tvørlyntir móti Harranum, hvussu verður tá ikki, tá ið eg eri deyður? Savnið nú saman um meg allar hinar elstu ætta tykkara og umsjónarmenn tykkara, so at eg kann flyta teimum øll hesi orð og kalla himin og jørð til vitnis ímóti teimum. Tí at eg veit, at tá ið eg eri deyður, tá fara tit at havast at illum og víkja frá teirri leið, sum eg beyð tykkum at ganga; og í komandi tíðum verður ógæva tykkum fyri, av tí at tit gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, til tess at reita hann við handaverkum tykkara.» Móses flutti tá Ísraelsmonnum hetta kvæði frá byrjan at enda:
Hetta er tann signingin, sum Guðsmaðurin Móses vælsignaði Ísraelsmenn við, áður enn hann andaðist. Hann mælti: «Harrin kom av Sinai, rann upp fyri teimum á Se'ir, læt ljós sítt skína frá Párans fjøllum og kom frá Meribat-Kádesj; við høgru lið hansara brann eldur móti teimum. Ja, hann elskar fólk sítt, allir hansara heilagu eru í hansara hondum, teir sessast við føtur tínar og taka við orðum tínum. Lóg hevur Móses givið okkum. Ogn hans er savnaður Jákups; og hann varð kongur í Jesjurun, tá ið fólksins høvdingar fylktust, og ættir Ísraels komu saman. Livi Ruben og doyggi ikki út; men verði menn hansara fáir!» Hetta mælti hann um Júda: «Hoyr, Harri, rødd Júda og leið hann aftur til fólks síns, dugna honum í bardaga, og ver tú honum hjálp móti fíggindum hans!» Og um Levi segði hann: «Gev hollvini tínum Tummim tíni og Urim tíni honum, sum tú royndi við Massa og stríddist ímóti við Meribavøtn, sum segði um faðir og móður: Eg sá tey ongantíð, sum var fremmandur fyri brøðrum sínum og ikki kendist við børn síni, tí at teir varðveittu orð tíni og hildu sáttmála tín. Teir skulu kenna Jákupi dómar tínar og Ísrael lóg tína, lata roykilsi koma upp í nasar tínar og bera aloffur á altar tíni. Signa, Harri, styrki hans; hav tokka í handaverki hans; sora lendar fígginda hans og teirra, sum hata hann, so at teir ikki rísa aftur!» Um Benjamin segði hann: «Benjamin er yndisbarn Harrans, ekkaleysur býr hann allar dagar, hin hægsti verndar hann og hevur bústað sín í brekkum hans.» Um Jósef segði hann: «Signað av Harranum er land hans við dýrmætastu gávum av himni í erva og úr djúpinum, sum hvílir í neðra, við tí dýrmætasta, sum sólin elur, og við tí dýrligasta, ið sprettur, tá ið mánar tendrast, við tí besta av hinum elligomlu fjøllum, við tí dýrmætasta av hinum ævigu hólum, við tí dýrmætasta av jørðini og øllum, ið á henni er, og við tokka hans, sum búði í tornarunninum – tað komi yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! Sum hin frumborni oksi fer fram tignarliga, horn hans eru horn villoksans; við teimum týnir hann tjóðir alt at jarðarinnar ytstu markum. Hetta er Efraims tíggjutúsundatal, hetta er Manasse túsundatal.» Um Zebulon segði hann: «Zebulon skal gleðast um langferðir sínar og Issakar í tjøldum sínum. Tjóðflokkum stevna teir at fjallinum, slátra har rættferðar offur, tí at nøgdir havsins teir súgva í seg, hinar fjaldastu gripir við sævarstrond.» Um Gád segði hann: «Signaður veri sá, sum Gádi veitir landarúmd; sum kvennljónið legst hann niður, brýtur armar og skalla. Hann ognaði sær tað fyrsta, hann bar eyga við; tí at har líknaðist honum lutur hans. Saman savnaðust høvdingar fólksins. Hann framdi rættlæti Harrans og dómar hansara saman við Ísrael.» Um Dán segði hann: «Ljónshvølpur er Dán, sum kemur rennandi úr Básjan.» Um Naftali segði hann: «Naftali er mettur av góðum tokka og fullur av signing Harrans; hann ognar sær sjógvin og suðurlandið.» Um Ásjer segði hann: «Signaður veri Ásjer sonanna millum; hann skal vera yndisbarn brøðra sína og drepa fót sín niður í olju! Úr jarni og kopari veri lokur tínar. Sum dagar tínir skal tín styrki vera! Eingin er sum Guð Jesjuruns, ið fer eftir himni tær til hjálpar, og á skýggjunum í tign síni. Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar. Burtur rak hann fíggindan undan tær og segði: «Bein fyri teimum!»» Síðan búði Ísrael í trygdum, Jákups leivd í einsæri, í landi við korni og aldinløgi, har døggin drýpur av himni. Sælur ert tú Ísrael! Hvør er sum tú, tjóð, sum er sigursæl í Harranum! Hann er tín frelsunnarskjøldur. Hann er tignarsvørð títt. Fíggindar tínir munnu lifra fyri tær, men tú skalt toka fram yvir hæddir teirra.
Síðan gekk Móses av Móabsslættanum upp á Nebo fjallið dygst niðan á Pisga áraka Jeriko; haðan sýndi Harrin honum alt landið: Gilead alt at Dán, alt land Naftali, Efraims og Manasse, alt Júdaland at havinum fyri vestan, suðurlandið, Jórdanslættlendið og Jerikoláglendið, pálmaborgina alt at Zoar. Og Harrin segði við hann: «Hetta er tað landið, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, tá ið eg segði: Eftirkomarum tínum skal eg geva tað. Nú havi eg latið teg líta at tí við egnum eygum; men yvir hagar skalt tú ikki koma.» Síðan doyði Móses, tænari Harrans, har í Móabs landi, eins og Harrin hevði sagt. Og hann jarðaði hann í dalinum í Móabs landi tætt hjá Bet-Peor; og enn í dag veit eingin, hvar ið grøv hans er. Móses var eitt hundrað og tjúgu ára gamal, tá ið hann andaðist; men enn var sjón hans ikki viknað og lívsmegin ikki horvin. Og Ísraelsmenn syrgdu Móses á Móabsslættanum í tríati dagar, til harmadagarnir eftir Móses vóru at enda. Jósva Nunsson var fullur av vísdóms anda, av tí at Móses hevði lagt hendur sínar á hann. Og Ísraelsmenn lýddu hann og gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi. Men ongantíð kom aftur í Ísrael tílíkur profetur sum Móses, ið Harrin kendi andlit til andlits, tá ið hugsað verður um øll tey tekin og undur, ið Harrin læt hann gera í Egyptalandi á Fárao og øllum tænarum hans og øllum landi hans, og um hina miklu megi og alt tað øgiliga og veldiga, sum Móses útinti fyri eygsjón als Ísraels.
Eftir andlát Mósesar, tænara Harrans, mælti Harrin við Jósva Nunsson, tænastumann Mósesar, og segði: «Móses, tænari mín, er deyður; búgv teg nú til at fara yvir um Jórdan har, tú og alt hetta fólkið, inn í tað landið, sum eg ætli at geva teimum, Ísraelsmonnum. Hvønn tann stað, sum tit stíga á, skal eg geva tykkum, so sum eg heitti Mósesi. Frá oyðimørkini og Libanon alt at Stórá, Eufrat ánni – alt land Hetita – alt at meginhavinum í vestri skal land tykkara røkka. Eingin skal standast móti tær allar ævidagar tínar; eins og eg var við Mósesi, vil eg vera við tær; eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. Ver reystur og hugdjarvur; tí at tú skalt skifta hesum fólki í arv tað landið, sum eg svór at geva fedrum teirra. Ver tú bert reystur og hugdjarvur, so at tú gjølla heldur alla lógina, sum Móses, tænari mín, legði fyri teg; vík ikki frá henni hvørki til høgru ella vinstru, til tess at alt má vignast tær væl, sum tú tekur tær fyri. Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!» Tá beyð Jósva tilsjónarmonnum fólksins: «Farið um allar herbúðir og biðið fólkið hava sær ferðavistir til reiðar, tí at um tríggjar dagar skulu teir fara har yvir um Jórdan til tess at ognast tað landið, sum Harrin, Guð teirra, ætlar at geva teimum til ognar.» Men við Rubenitar og Gáditar og hálvu ættargrein Manasse segði Jósva: «Minnist til, hvat ið Móses, tænari Harrans, beyð tykkum, tá hann segði: Harrin, Guð tykkara, vil veita tykkum hvílu og lata tykkum ognast hetta landið. Tí skulu nú konur tykkara og børn og fæ tykkara verða eftir her í hesum landi, sum Móses hevur givið tykkum fyri eystan Jórdan; men tit sjálvir, so mangir, sum førir eru til víggja, skulu fara yvirum alvápnaðir á odda fyri brøðrum tykkara og veita teimum hjálp, til Harrin eisini hevur veitt brøðrum tykkara hvíld eins og tykkum, og teir hava ognað sær landið, sum Harrin, Guð teirra, vil geva teimum; tá skulu tit snúgva aftur í ognarland tykkara og taka upp bústað har í tí landi, sum Móses, tænari Harrans, gav tykkum fyri eystan hinumegin Jórdan!» Teir svaraðu honum: «Vit vilja gera alt, sum tú býður okkum, og fara allar staðir, hagar tú sendir okkum. Eins og vit í øllum lýddu Mósesi, vilja vit lýða tær, um bert Harrin, Guð tín, er við tær, eins og hann var við Mósesi. Hvør tann, ið er tær ólýðin og ikki vil lurta eftir boðum tínum, ið tú leggur fyri okkum, hann skal láta lív; ver tú bert reystur og hugdjarvur!»
Jósva Nunsson sendi tá loyniliga út úr Sjittim tveir menn til at njósna og segði við teir: «Farið og kannið landið og serstakliga Jeriko!» Teir fóru tá avstað og komu inn hjá eini skøkju, Ráhab at navni, og har gistu teir. Kongurin av Jeriko fekk tá hesi boð: «Sí, higar eru komnir á nátt nakrir Ísraelitar til at kanna landið!» Tá sendi kongurin av Jeriko Ráhabi hesi boð: «Gev okkum menninar, ið til tín eru komnir, tí at teir eru komnir til at kanna alt landið!» Men konan tók báðar menninar og krógvaði teir og segði: «Satt er tað, at menninir komu til mín, men ikki visti eg, hvaðan teir vóru; og tá ið borgarliðið skuldi lokast í skýmingini, rýmdu menninir; ikki veit eg, hvar teir fóru; men haldið sum skjótast aftan á teir, so fáa tit teir aftur!» Men hon hevði leitt teir upp á tekjuna og krógvað teir har undir línurtarleggjum, ið út lógu breiddir á tekjuni. Menninir hildu so aftan á teir á Jórdanvegnum oman at vaðunum; og borgarliðið varð afturlatið, so skjótt sum eltararnir vóru komnir útum. Men áður enn báðir menninir vóru farnir til hvíldar, kom hon upp á takið til teirra og segði við teir: «Eg veit, at Harrin hevur givið tykkum landið, ræðsla fyri tykkum er komin yvir okkum, og allir íbúgvar landsins ræðast tykkum; tí at vit hava frætt, hvussu Harrin turkaði upp fyri tykkum vatnið í Reyðahavinum, tá ið tit fóru úr Egyptalandi, og hvussu tit hinumegin Jórdan fóru við báðum Ámoritakongunum Sihoni og Og, sum tit avoyddu med alla. Tá ið vit hoyrdu tað, bilaði okkum øllum hugur og hjarta av ótta fyri tykkum, tí at Harrin, Guð tykkara, er Guð bæði har uppi á himnum og her niðri á jørð. Men svørjið mær nú við Harran, at tit vilja miskunna ættarkyni mínum, eins og eg miskunnaði tykkum, og berið mær prógv um, at tit vilja lata mær faðir og móður, brøður og systrar og alt húski teirra vera á lívi, og at tit vilja bjarga okkum undan deyðanum!» Menninir svaraðu henni: «Vit leggja lívið við fyri tykkum, um bert tit ikki siga frá ørindum okkara; og tá ið Harrin gevur okkum hetta landið, skulu vit sýna tykkum miskunn og trúfesti.» Tá læt hon teir síga niður í reipi út um gluggan; tí at hús hennara stóð tætt við borgargarðin og var bygt áfast við hann, og hon segði við teir: «Haldið til fjals, so at teir, sum leita eftir tykkum, ikki koma fram á tykkum, og krógvið tykkum har í tríggjar dagar, til teir eru afturkomnir. Síðan mega tit fara leið tykkara.» Menninir svaraðu henni: «Á henda hátt skulu vit halda tann eið, sum tú lætst okkum svørja tær: Sí, tá ið vit koma inn í landið, skalt tú binda henda reyða tráðin í gluggan tann, sum tú seigst okkum út um; og faðir tín og móður og brøður tínar og alla ætt faðirs tíns skalt tú savna til tín í hús títt. Men um einhvør fer út fyri húsdyr tínar, tá skal blóð hansara koma oman yvir hann sjálvan, og vit skulu vera sakleysir, men verður hond løgd á einhvønn inni í húsi tínum, tá skal blóð hansara verða kravt av okkum! Men um tú sigur frá ørindum okkara, tá skulu vit vera leysir við tann eið, sum tú lætst okkum svørja tær!» Hon svaraði: «Verði svá, sum tit siga!» Síðan læt hon teir fara avstað og bant reyðan tráð í gluggan. Teir hildu tá til fjals og vórðu verandi har í tríggjar dagar, til teir, sum eltu teir, vóru afturkomnir. Eltararnir høvdu leitað á øllum vegnum, men einki funnið. Og báðir menninir vendu heim aftur; og tá ið teir vóru komnir niður av fjallinum og farnir yvir um ánna, komu teir til Jósva Nunssonar og søgdu honum frá øllum, sum teimum hevði verið fyri. Og teir søgdu við Jósva: «Harrin hevur givið alt landið upp í okkara hendur; allir íbúgvar landsins kvíða í ræðslu fyri okkum.»
Tá ið alt fólkið var komið yvir um Jórdan, segði Harrin við Jósva: «Veljið tykkum úr fólkinum tólv mans, ein mann úr hvørji ætt, og bjóðið teimum og sigið: Takið tykkum tólv steinar hiðan úr miðjari Jórdan, har prestarnir steðgaðu, havið teir yvirum við tykkum og setið teir upp á tí staði, har ið tit skulu sova í nátt.» Jósva kallaði tá til sín teir tólv menninar, sum hann hevði valt sær av Ísraelsmonnum, ein úr hvørji ætt, og segði við teir: «Gangið yvirum undan ørk Harrans, Guðs tykkara; og tá ið tit koma mitt út í Jórdan, skulu tit taka hvør sín stein upp á herðarnar, so nógvar sum talið á ættum Ísraels. Hetta skal vera tekin tykkara millum: Tá ið børn tykkara seinni spyrja tykkum: Hvat merkja hesir steinar? Tá skulu tit svara teimum: Teir merkja tað, at vatnið í Jórdan skildist sundur fyri sáttmálaørk Harrans. Tá ið hon fór yvirum, skildist vatnið í Jórdan sundur. Tí skulu hesir steinar vera Ísraelsmonnum til áminningar allar ævir.» Ísraelsmenn gjørdu nú, eins og Jósva hevði boðið, og tóku, so sum Harrin hevði sagt við Jósva, tólv steinar upp úr miðjari Jórdan samsvarandi tali ætta Ísraelsmanna; og teir høvdu teir við sær yvirum og settu teir upp, har sum náttarstaður teirra skuldi vera. Og tólv steinar setti Jósva upp í miðjari Jórdan á tí staði, har prestarnir, sum bóru sáttmálaørkina, steðgaðu, og har standa teir enn í dag. Men prestarnir, ið bóru ørkina, vórðu standandi í miðjari Jórdan, til alt var gjørt til fulnaðar, sum Harrin hevði boðið Jósva at siga við fólkið, samsvarandi øllum, sum Móses hevði álagt Jósva. Og fólkið skundaði sær yvirum. Men tá ið alt fólkið var farið yvirum, komu eisini prestarnir við ørk Harrans yvirum og tóku støðu framman fyri fólkinum. Fram gingu tá Rubenitar og Gáditar og hálv ætt Manasse á odda fyri Ísraelsmonnum herklæddir, eins og Móses hevði boðið teimum. Um fjøruti túsund herbúnir menn í tali hildu teir yvir á Jerikovøllin til bardaga fyri ásjón Harrans. Tann dagin gjørdi Harrin Jósva miklan í eygum alra Ísraelsmanna, og teir óttaðust hann alla ævi hans, eins og teir høvdu óttast Móses. Tá mælti Harrin við Jósva: «Bjóða prestunum, sum bera vitnisburðarørkina, at stíga upp úr Jórdan!» Og Jósva beyð prestunum og mælti: «Stígið upp úr Jórdan!» Og so skjótt sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørk Harrans, vóru komnir upp úr Jórdan og høvdu sett fótin upp á turt, tá kom vatnið í Jórdan aftur í legu sína og floymdi yvir allar bakkar eins og áður. Og fólkið steig upp úr Jórdan á tíggjunda degi hins fyrsta mánaðar og setti upp herbúðir í Gilgal eystantil á Jeriko vøllum. Har í Gilgal setti Jósva upp teir tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið við sær úr Jórdan. Og hann segði við Ísraelsmenn: «Tá ið børn tykkara í komandi tíðum spyrja tykkum og siga: Hvat merkja hesir steinar? Tá skulu tit greiða børnum tykkara frá tí og siga: Á turrum gekk Ísrael her yvir um Jórdan, við tað at Harrin, Guð tykkara, turkaði burtur vatnið í Jórdan fyri tykkum, til tit vóru komin yvirum, á sama hátt sum Harrin, Guð tykkara, gjørdi við Reyðahavið, sum hann eisini turkaði burtur fyri okkum, til vit vóru komin yvirum, til tess at allar tjóðir á fold mega vita, at hond Harrans er máttmikil, so at tær óttast Harran, Guð tykkara, allar dagar.»
Men tá ið allir kongar Ámorita fyri vestan Jórdan og allir kongar Kánáanita við havið hoyrdu, at Harrin hevði latið vatnið í Jórdan torna upp fyri Ísraelsmonnum, til teir vóru komnir yvirum, tá bilaði teimum hugur og hjarta av ræðslu fyri Ísraelsmonnum. Um tað mundið segði Harrin við Jósva: «Ger tær steinknívar og umsker Ísraelsmenn av nýggjum!» Jósva gjørdi sær tá steinknívar og umskar Ísraelsmenn á Yvirhúðaheygnum. Men orsøkin til, at Jósva nú umskar teir, var henda: Alt fólkið, sum farið var út úr Egyptalandi, alt kallkyn, sum ført var til víggja, var deytt í oyðimørkini á leiðini, eftir at teir vóru farnir út úr Egyptalandi. Tí at allir teir, ið vóru farnir út haðan, høvdu verið umskornir; men allir teir, ið føddust í oyðimørkini eftir burturferðina úr Egyptalandi, vóru ikki umskornir; tí at í fjøruti ár fjakkaðu Ísraelsmenn um í oyðimørkini, til alt fólk, allir til víggja førir menn, sum út vóru farnir úr Egyptalandi, vóru deyðir, av tí at teir ikki lýddu rødd Harrans; tessvegna svór Harrin, at teir ikki skuldu fáa at síggja tað landið, sum hann hevði svorið fedrum teirra at geva okkum, landið, sum flýtur í mjólk og hunangi. Men synir teirra, sum hann hevði latið koma í teirra stað, teir umskar Jósva, tí at teir høvdu enn yvirhúð, av tí at teir ikki vóru umskornir á ferðini. Og tá ið allir vóru umskornir, hildu teir seg kvirrar í herbúðunum hvør heima hjá sær, til teir vóru heilir aftur. Tá segði Harrin við Jósva: «Í dag havi eg tikið av tykkum vanvirðing Egypta.» Tessvegna verður hesin staður kallaður Gilgal enn í dag. Meðan Ísraelsmenn vóru í herbúðum sínum í Gilgal, hildu teir páskir fjúrtanda dagin í mánaðinum um kvøldið á Jeriko vøllum. Dagin eftir ótu teir ósúrgað breyð og sviðið korn av gróðri landsins. Sama dagin tók manna at tróta, tí nú ótu teir av gróðri landsins; og ikki fingu Ísraelsmenn manna aftur, men ótu av gróðri Kánáanlands tað árið. Meðan Jósva var staddur við Jeriko, bar so á, at honum var hyggjandi upp, og sá hann mann standa beint framman fyri sær við bregðaðum svørði í hendi. Jósva fór tá til hansara og segði við hann: «Ert tú maður okkara ella fígginda okkara?» Hann svaraði: «Nei, heldur eri eg høvdingi fyri herliði Harrans; beint nú eri eg komin.» Tá fell Jósva fram á ásjón sína til jarðar, lútaði honum og mælti: «Hvat hevur harri mín at siga træli sínum?» Tá segði høvdingin fyri herliði Harrans við Jósva: «Far úr skónum, tí at staðurin, tú stendur á, er heilagur.» Og Jósva so gjørdi.
Men Ísraelsmenn fóru við svikum móti tí, sum bannført var; Ákan Karmison, Zabdisonar, Zerakssonar av Júdaætt, tók av tí, sum bannført var; tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísraelsmonnum. Jósva sendi nú menn úr Jeriko til Ai, sum er við Bet-Áven fyri eystan Betel, og hann segði við teir: «Farið og kannið landið har!» Og menninir fóru og kannaðu Ai. Teir komu aftur til Jósva og søgdu við hann: «Lat ikki alt fólkið fara hagar; tí at um bert einir tvey ella trý túsund mans fara hagar, tá bera teir lættliga sigur av Ai; ómaka ikki alt fólkið hagar, tí at teir eru fámentir.» Úti við trý túsund mans av fólkinum fóru tá hagar, men máttu flýggja fyri monnunum í Ai. Og menninir í Ai vógu av teimum okkurt um tríati og seks mans og eltu teir frá borgarliðinum alt at grótbrotunum; og teir vunnu sigur á teimum í brekkuni; tá bilaði fólkinum hugur, og hjarta tess varð vatn. Og Jósva skræddi klæði síni og fell fram á ásjón sína til jarðar framman fyri ørk Harrans og varð liggjandi soleiðis alt til kvølds; og bæði hann og hinir elstu Ísraels stroyddu mold á høvur síni. Og Jósva segði: «Á, Harri, drottin! Hví mundi tú nakrantíð lata hetta fólkið fara yvir um Jórdan til tess at geva tað upp í hendur Ámorita og lata teir oyða tað! Gævi at vit høvdu latið okkum lynda at verða verandi hinumegin Jórdan! Á, Harri! Hvat skal eg siga, nú ið Ísrael hevur lútað fyri fíggindum sínum? Og tá ið nú Kánáanitar og allir íbúgvar landsins hoyra um hetta, munnu teir kringseta okkum og oyða nøvn okkara úr landinum; hvat ætlar tú tá at gera tínum mikla navni til bata?» Tá segði Harrin við Jósva: «Rís upp! Hví liggur tú her fram eftir rommum? Ísrael hevur syndað; teir hava slitið sáttmálan, sum eg beyð teimum at halda; eisini hava teir tikið av tí, sum bannført var; teir hava stolið og krógvað og goymt tað uppi í viðførinum. Tessvegna kunnu Ísraelsmenn ikki standast móti fíggindum sínum, men mega flýggja undan teimum, tí at teir eru sjálvir undir banni; eg vil ikki longur vera við tykkum, um tit ikki beina fyri øllum, sum bannført er. Rís nú upp og bið fólkið halga seg og sig við tey: Halgið tykkum til morgins; tí at so sigur Harrin, Guð Ísraels: Hjá tær, Ísrael, er enn nakað, sum bannført er; tí kunnu tit ikki standast móti fíggindum tykkara, fyrr enn tit hava beint fyri øllum, sum bannført er. Í morgin ári skulu allar ættir tykkara ganga fram. Og av teirri ætt, sum Harrin letur lutin falla á, skulu allir kyntættir ganga fram. Og av tí kyntátti, sum Harrin letur lutin falla á, skulu øll húski ganga fram. Og av tí húski, sum Harrin letur lutin falla á, skulu allir kallmenn ganga fram. Tann, ið tá verður raktur, av tí at hann hevur hjá sær nakað av tí, sum bannført hevur verið, hann skal verða uppbrendur saman við øllum, sum hann eigur, tí at hann hevur slitið sáttmála Harrans og gjørt dáraverk í Ísrael.» Morgunin eftir fór Jósva snimma upp og læt allar ættir Ísraels ganga fram; og luturin fell á Júdaætt. Síðan læt hann Júdaætt ganga fram; tá fell luturin á kyntátt Zeraks; síðan læt hann øll húski av kyntátti Zeraks ganga fram, og luturin fell á Zabdi. Uppaftur læt hann allar kallmenn av húski hansara ganga fram, og tá fell luturin á Ákan Karmison, Zabdisonar, Zerakssonar av Júdaætt. Tá mælti Jósva við Ákan: «Sonur mín, gev Harranum, Ísraels Guði, æruna og veit honum tøkk og sig mær, hvat tú hevur gjørt; dyl einki fyri mær.» Ákan svaraði Jósva og mælti: «Ja, eg havi syndað móti Harranum, Ísraels Guði; hetta er tað, sum eg havi gjørt: Eg sá uppi í herfonginum fagra bábylónska skikkju og tvey hundrað siklar í silvuri og eina gulltungu, ið vá fimmti siklar; eg girnaðist hesar lutir og tók teir; og sí, teir liggja fjaldir í jørðini undir tjaldi mínum og silvurið niðast.» Jósva sendi tá ørindrekar avstað, sum skundaðu sær inn í tjaldið; og sí, tað lá fjalt í tjaldi hansara og silvurið niðast. Og teir tóku tað út úr tjaldinum og bóru Jósva tað og øllum Ísraelsmonnum og løgdu tað frammi fyri ásjón Harrans. Jósva og við honum allir Ísraelsmenn tóku tá Ákan Zeraksson og silvurið, skikkjuna og gulltunguna og synir og døtur hansara og stórdýr, asnar og smalur hansara og somuleiðis tjald hansara og alt, sum hann átti, og fóru við tí niðan í Ákors dal. Og Jósva mælti: «Hví hevur tú leitt ógævu yvir okkum? Nú skal Harrin leiða ógævu yvir teg.» Og allur Ísrael grýtti hann við gróti; og børn og ognarlutir hansara brendu teir í eldi ella steinaðu tey. Síðan reistu teir yvir honum miklan varða av gróti, ið enn er til. Tá lætti Harrin av síni brennandi vreiði. Tí eitur tann staðurin enn í dag Ákors dalur.
Eftir hetta segði Harrin við Jósva: «Óttast ikki og ver ikki ræddur, men tak við tær alt herfólkið og búgv teg til at fara móti Ai. Sí, eg vil geva kongin av Ai, fólk hansara og borg og land upp í hendur tínar. Og tú skalt fara við Ai og kongi hennara, eins og tú fórt við Jeriko og kongi hennara; tó mega tit sjálvir hava tann herfong og fenað, sum tit har taka. Leggið tykkum á loynum fyri vestan borgina.» Tá búði Jósva seg til at fara við øllum herliði sínum niðan til Ai; og hann valdi sær tríati túsund mans, reystar kappar, og sendi teir avstað um náttina og segði við teir: «Tit skulu leggja tykkum á loynum fyri vestan borgina ikki ov langt frá henni, og verið allir samlir albúnir! Men eg ætli við øllum monnum mínum at fara tætt at borgini; og tá ið teir so leggja út ímóti okkum eins og á fyrra sinni, vilja vit halda undan teimum; tá munnu teir fara at elta okkum, til vit hava fingið teir langt burtur frá borgini; við tað at teir halda okkum flýggja undan sær eins og ta fyrru ferðina, men tá skulu tit fara fram úr loynistaði tykkara og taka borgina, tí at Harrin, Guð tykkara, vil geva hana upp í hendur tykkara. Og tá ið tit hava tikið borgina, skulu tit seta eld á hana. Ansið nú eftir at gera, so sum eg havi boðið tykkum.» Síðan sendi Jósva teir avstað, og teir fóru og løgdu seg á loynum millum Betel og Ai vestanvert við Ai. Men Jósva varð verandi hjá herinum ta náttina. Morgunin eftir fór Jósva snimma upp og kannaði herin; og saman við hinum elstu í Ísrael fór hann síðan á odda fyri fólkinum niðan til Ai. Og alt herliðið, sum við honum var, fór tá niðan hagar; og teir nærkaðust í hvørjum, til teir høvdu borgina beint fyri framman sær; teir settu tá herbúðir sínar norðanvert við Ai, soleiðis at dalurin var millum teirra og Ai. Hann tók tá fimm túsund mans og læt teir leggja seg á loynum millum Betel og Ai vestanvert við borgina. Teir skipaðu nú í fylkingar alt fólkið, sum var norðan fyri borgina, og somuleiðis loyniflokkin, sum lá fyri vestan borgina; men Jósva sjálvur fór oman í miðjan dalin ta náttina. Og tá ið kongurin av Ai varð varur við hetta, fór hann snimma á morgni við øllum herliði sínum í orrustu móti Ísrael í brekkuni frammanvert við Árábaslættan; men hann visti ikki, at ein flokkur lá á loynum fyri aftan borgina. Tá ið nú Jósva og allir Ísraelsmenn lótust, sum teir máttu lúta fyri teimum og flýddu á vegnum móti oyðimørkini, tá vórðu allir menn í borgini stevndir saman til tess at halda aftan á teir, og teir eltu Jósva, til teir vóru komnir langt frá borgini. Eingin maður var eftir í Ai, sum ikki fór út at elta Ísrael; teir lótu borgina opna eftir seg og hildu aftan á Ísraelsmenn. Tá segði Harrin við Jósva: «Rætt út spjótið, sum tú hevur í hendi, móti Ai, tí at eg vil geva hana upp í hendur tínar.» Og Jósva rætti út spjótið, sum hann hevði í hendi, móti Ai. Men alt fyri eitt, sum hann rætti út hond sína, fóru teir, ið lógu á loynum, upp frá staði sínum og komu við renningarlopum at borgini og tóku hana og settu sum skjótast eld á hana. Men tá ið menninir frá Ai litu aftur um bak og sóu roykin úr borgini standa til himins, tá viknaðu teimum vónir um at komast undan, av tí at alt tað herliðið, sum var flýtt út í oyðimørkina, nú vendi aftur og legði á eltarar sínar. Og tá ið Jósva og allir Ísraelsmenn sóu, at loyniflokkurin hevði tikið borgina, og at roykurin stóð upp úr borgini, tá vendu teir við aftur og vógu menninar úr Ai. Og tá ið hinir komu út aftur úr borgini ímóti teimum, tá komu borgarmenninir ímillum Ísraelsmanna, sum vógu teir, til eingin teirra var eftir, ið komst undan ella firraði lívinum. Men kongin av Ai tóku teir á hondum livandi og komu til Jósva við honum. Og tá ið Ísraelsmenn høvdu vigið allar Ai-búgvar úti á víðavangi í brattanum har, ið teir høvdu elt teir, og tá ið teir allir vóru falnir fyri svørði, so ikki ein teirra var eftir, tá vendu allir Ísraelsmenn aftur til Ai og vógu hana við bitrum brandi. Talið á øllum teimum, ið fullu á tí degi, bæði køllum og konum, var tólv túsund – øll, sum búðu í Ai. Men Jósva tók ikki aftur til sín hondina, sum hann hevði rætt út við spjótinum, fyrr enn hann hevði bannført øll, sum búðu í Ai. Men fenaðin og herfongin tóku teir úr borgini sær til handa eftir orðum Harrans, so sum hann hevði boðið Jósva. Síðan brendi Jósva Ai og gjørdi hana at ævigum øskuheyggi og oyðirustum, so sum hon er enn í dag. Men kongin av Ai hongdi hann upp í eitt træ og læt hann hanga til kvølds. Og tá ið sól fór til viða, beyð Jósva at taka likam hansara niður av trænum, og teir tveittu tað út um borgarliðið; har reistu teir yvir honum miklan varða av gróti, sum er til enn í dag. Tá reisti Jósva Harranum, Ísraels Guði, altar á Ebals fjalli, eins og Móses, tænari Harrans, hevði boðið Ísraelsmonnum samsvarandi tí, sum skrivað stendur í lógbók Mósesar, altar av óhøgdum steinum, sum jarntól ikki hevði verið reiggjað yvir; og teir ofraðu Harranum brennioffur á tí og slátraðu takkaroffur. Og hann ritaði har á steinarnar, meðan Ísraelsmenn vóru hjá, eitt eftirrit av lógini, sum Móses hevði skrivað. Og allur Ísrael, hinir elstu og tilsjónarmenn og dómarar tess stóðu báðumegin ørkina framman fyri Levitaprestunum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, bæði útlendskir og innlendskir menn, annar helmingurin áraka Gárizims fjall og hin helmingurin áraka Ebals fjall, so sum Móses, tænari Harrans, í forðum hevði boðið at signa Ísraels fólk. Síðan las hann upp hvørt orð í lógini, bæði bølbiðingina og signingina, samsvarandi øllum, sum skrivað var í lógbókini. Einki orð av øllum tí, sum Móses hevði boðið, synjaði Jósva at lesa fyri øllum savnaði Ísraels, bæði monnum og børnum og teimum fremmandu, sum vóru komin í fylgi við teimum.
Tá ið nú kongarnir, ið búðu hinumegin Jórdan, í fjallalandinum, á láglandinum og á allari strondini fram við havinum mikla alt at Libanon, Hetitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, spurdu hetta, tá tóku teir seg allir samlir saman til tess at berjast móti Jósva og Ísrael. Men tá ið íbúgvar Gibeons hoyrdu, hvussu Jósva var farin við Jeriko og Ai, fóru teir við svikum, fingu sær ferðavistir, løgdu gamlar sekkir upp á asnar sínar og gamlar, sundurstoknar, afturbøttar vínkíkar; og teir skøddu seg við gomlum, slitnum klássum og lótu seg í spjarrar; og alt breyð, sum teir høvdu til ferðar, var turt og molnað. Soleiðis fóru teir á fund við Jósva, gingu inn í herbúðirnar við Gilgal og søgdu við hann og allan Ísrael: «Vit eru komnir úr fjarlagdum landi, gerið nú sáttmála við okkum!» Ísraelsmenn svaraðu Hivitum: «Kanska tit búgva her um leið, hvussu mega vit tá gera sáttmála við tykkum?» Men teir søgdu við Jósva: «Vit eru trælir tínir.» Og Jósva segði við teir: «Hvørjir eru tit, og hvaðan koma tit?» Teir svaraðu honum: «Úr einum ógvuliga fjarlagdum landi eru trælir tínir komnir vegna navn Harrans, Guðs tíns, av tí at vit hava hoyrt gitið hans og alt, sum hann gjørdi í Egyptalandi, og hvussu hann fór við báðum kongum Ámorita hinumegin Jórdan, Sihoni kongi av Hesjbon og Og kongi av Básjan, sum búðu í Asjtarot; tí hava okkara elstu og allir íbúgvar lands várs boðið okkum at taka ferðavistir og fara á fund við tykkum og siga við tykkum: Vit eru trælir tykkara, gerið nú sáttmála við okkum. Her síggja tit breyð okkara! Tað var nýbakað, tá vit tóku tað við okkum heiman tann dagin, tá ið vit fóru avstað til tess at hitta tykkum. Og síggið nú, hvussu turt og molnað tað er! Og hesir vínkíkar, ið vóru nýggir, tá ið vit fyltu teir, eru nú illa farnir, og skógvar okkara eru skræddir og klæðini rivin av teirri drúgvu ferð.» Menninir tóku tá nakað av ferðavistum teirra uttan at spyrja Harran um ráð. Og Jósva bant frið við teir og gjørdi tann sáttmála við teir, at teir skuldu verða á lívi, og høvuðsmenn savnaðarins svóru teimum grið. Men tríggjar dagar eftir at teir høvdu gjørt henda sáttmála við teir, fingu teir at vita, at teir vóru grannar teirra og búðu tætt við, tí at tá ið Ísraelsmenn hildu longur fram, komu teir á triðja degi at borgum teirra; borgir teirra vóru Gibeon, Kefira, Beerot og Kirjat-Jearim. Men Ísraelsmenn drópu ongan teirra, av tí at høvuðsmenn savnaðarins høvdu svorið teimum grið við Harran, Ísraels Guð; tá ilskaðist allur savnaðurin inn á høvuðsmenninar; men allir høvuðsmenninir søgdu við allan savnaðin: «Vit hava svorið teimum grið við Harran, Ísraels Guð; tí mega vit nú einki ilt gera teimum.» Og høvuðsmenninir søgdu framvegis: «Á lívi skulu teir verða, so at ikki vreiði skal koma oman yvir okkum aftur fyri tann eið, sum vit hava svorið teimum; men hetta vilja vit gera við teir: Teir skulu verða á lívi, men verða viðahøggarar og vatnberar hjá øllum savnaðinum.» Og so varð gjørt við teir, sum høvuðsmenninir høvdu sagt. Tá stevndi Jósva teimum til sín og segði við teir: «Hví sviku tit okkum og søgdu, at tit búðu langt av leið frá okkum; og so búgva tit tætt við? Tí skulu tit verða bølbidnir og trælir allar ævir, viðahøggarar og vatnberar í húsi Guðs várs!» Teir svaraðu Jósva og søgdu: «Vit høvdu hoyrt gitið, at Harrin, Guð tín, hevði heitt Mósesi landið og boðið honum at avoyða allar íbúgvar tess; tí óttaðust vit um lívið fyri tykkum; og tess vegna gjørdu vit hetta. Og sí, nú eru vit í tínum valdi; far nú við okkum, eins og tú heldur vera gott og rætt.» Soleiðis gjørdi hann við teir og bjargaði teimum undan valdi Ísraelsmanna, so at teir ikki drópu teir. Og Jósva gjørdi teir tann dagin til viðahøggarar og vatnberar fyri savnaðin og fyri altar Harrans. Og tað eru teir enn í dag á tí staði, sum hann útvaldi.
Men tá ið Ádonizedek, Jerúsalems kongur, frætti, at Jósva hevði vunnið Ai og avoytt hana, at hann var farin við Ai og kongi hennara, eins og hann var farin við Jeriko og kongi hennara, og at Gibeonitar høvdu bundið frið við Ísrael og búðu ímillum teirra, tá kom mikil ræðsla á teir, tí at Gibeon var mikil borg, einki minni enn kongaborgirnar, hon var størri enn Ai, og allir borgarbúgvar vóru hetjur. Ádonizedek, Jerúsalems kongur, sendi tí Hóhami, kongi í Hebron, og Pirami, kongi í Jarmut, og Jáfia, kongi í Lákisj, og Debir, kongi í Eglon, hesi boð: «Komið niðan til mín og veitið mær hjálp, og latum okkum vinna Gibeon, tí at hon hevur bundið frið við Jósva og Ísraelsmenn.» Kongurin av Jerúsalem, kongurin av Hebron, kongurin av Jarmut, kongurin av Lákisj, kongurin av Eglon, teir fimm kongar Ámorita, tóku seg tá saman og fóru niðan við øllum herliði sínum; og teir settu herbúðir sínar við Gibeon og tóku at herja á hana. Tá sendu Gibeonitar Jósva boð í herbúðirnar við Gilgal og søgdu við hann: «Tak ikki tína hjálpandi hond frá trælum tínum, men kom okkum sum skjótast til hjálpar og bjarga okkum, tí at allir kongar Ámorita, sum búgva í fjallalandinum, hava tikið seg saman ímóti okkum.» Tá fór Jósva úr Gilgal við øllum herinum og øllum hetjunum. Og Harrin segði við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at eg man geva teir upp í hendur tínar; eingin teirra skal standast móti tær.» Og Jósva kom brádliga á teir, tí at hann hevði alla náttina hildið ferðini áfram úr Gilgal. Og Harrin loypti ekka á teir fyri Ísraelsmonnum, so at teir bóru miklan ósigur av teimum; men hinir eltu teir allan vegin niðan brekkuna móti Bet-Hóron og vógu teir við Ázeka og við Makkeda. Og meðan teir flýddu undan Ísraelsmonnum og vóru í brekkuni niðan fyri Bet-Hóron, læt Harrin stórar steinar av himni rapla oman yvir teir alla leiðina alt at Ázeka, so at fleiri vóru teir, ið doyðu av haglsteinunum, enn teir, ið Ísraelsmenn feldu við svørði. Tann dagin, tá ið Harrin gav Ámoritar upp í hendur Ísraelita, tá var tað, at Jósva talaði við Harran og segði, meðan Ísrael var hjá: «Steðga nú, sól, í Gibeon og máni í Ajjalons dali!» Tá steðgaði sólin, og mánin fór ikki úr stað, til fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. Soleiðis stendur skrivað í bók hinna rættlátu. Tá steðgaði sólin á miðjum himni og drálaði nærum allan dagin við at fara afturundir. Og ongantíð hevur tílíkur dagur verið, hvørki undan ella eftir, tá Harrin lýddi mannarødd; tí at Harrin stríddist fyri Ísrael. Síðan snúðist Jósva við øllum Ísrael aftur í herbúðirnar við Gilgal. Men hinir fimm kongarnir flýddu og krógvaðu seg í hellinum við Makkeda. Men tá ið Jósva frætti, at hinir fimm kongarnir vóru funnir fjaldir í hellinum við Makkeda, tá mælti hann: «Veltið stórar steinar aftur fyri hellismunnan og setið menn at gæta teir. Sjálvir skulu tit ikki steðga, men haldið aftan á fíggindar tykkara og fellið teir, so at teir ikki komast undan inn í borgir sínar; tí at Harrin, Guð tykkara, hevur givið teir upp í hendur tykkara.» Tá ið Jósva og Ísraelsmenn høvdu vunnið miklan sigur á teimum og beint fyri teimum, so at bert fáir komust undan inn í víggirdu borgirnar, tá snúðist alt fólkið aftur til Jósva í herbúðirnar við Makkeda í øllum góðum; tordi tá eingin aftur at mæla ilt orð móti Ísraelsmonnum. Tá mælti Jósva: «Latið upp hellismunnan og leiðið út úr hellinum til mín hasar fimm kongarnar!» Teir so gjørdu og leiddu út úr hellinum til hansara hinar fimm kongarnar: Kongin av Jerúsalem, kongin av Hebron, kongin av Jarmut, kongin av Lákisj og kongin av Eglon. Og tá ið teir høvdu leitt hesar fimm kongarnar út til Jósva, rópaði Jósva til sín allar Ísraelsmenn og mælti við herhøvdingarnar, ið høvdu verið við honum á ferðini: «Komið higar og setið fótin á hálsin á hesum kongum!» Og teir komu og settu fótin á háls teirra. Tá segði Jósva við teir: «Óttist ikki og verið ikki ræddir, men verið reystir og hugdjarvir, tí at soleiðis vil Harrin fara við øllum fíggindum tykkara, sum tit koma í bardaga við.» Síðan læt Jósva jarðleggja teir; og tá teir vóru dripnir, hongdi hann teir upp í fimm træbular; og har vórðu teir hangandi til kvølds. Men tá ið sól var farin til viða, beyð Jósva at taka teir niður úr trøunum; og teir tveittu teir inn í hellið tað, sum teir høvdu krógvað seg í, og settu stórar steinar fyri munnan, ið standa har enn í dag. Henda sama dag tók Jósva borgina Makkeda og vá hana við svørði; og kongin og hvørt livandi kykt, sum í henni var, avoyddi hann; eingin komst undan; og hann fór við konginum av Makkeda, eins og hann var farin við konginum av Jeriko. Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Makkeda til Libna og tóku at herja á Libna. Harrin gav eisini hesa borg og kong hennara upp í hendur Ísraels, og teir vógu hana við svørði og drópu hvørt livandi kykt, sum har var; eingin komst undan; og hann fór við kongi hennara, eins og hann var farin við konginum av Jeriko. Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Libna til Lákisj; teir settu herbúðir sínar kring borgina og tóku at herja á hana. Og Harrin gav Lákisj upp í hendur Ísraels; á øðrum degi tóku teir hana og vógu hana við svørði og drópu hvørt livandi kykt, sum í henni var, beint so sum teir høvdu gjørt við Libna. Tá kom Hóram, kongur av Gezer, Lákisj til hjálpar; men Jósva vá hann og herlið hansara, so at eingin teirra komst undan. Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Lákisj til Eglon; teir settu herbúðir sínar kring borgina og tóku at herja á hana. Og teir tóku borgina sama dag og vógu hana við svørði; og hvørt livandi kykt, sum í henni var, avoyddi hann, beint so sum hann hevði gjørt við Lákisj. Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Eglon niðan til Hebron og herjaðu á hana; og teir tóku borgina og vógu hana við svørði og somuleiðis kong hennara og allar smærri borgir har um leið; ikki eitt livandi kykt lótu teir komast undan, beint so sum hann var farin við Eglon; og hann avoyddi hana og hvørt livandi kykt, sum í henni var. Síðan snúðist Jósva og allur Ísrael við honum aftur til Debir og herjaðu á hana; teir tóku bæði borgina og kong hennara og allar smærri borgir har um leið og vógu allar við svørði og avoyddu hvørt livandi kykt har, so at eingin komst undan; á sama hátt sum hann var farin við Hebron og við Libna og konginum har, soleiðis fór hann við Debir og kongi hennara. Soleiðis tók Jósva alt landið, fjallalandið og suðurlandið, láglandið og líðirnar og feldi allar kongar teirra; eingin komst undan; og alt, sum lívsanda hevði, avoyddi hann, so sum Harrin, Ísraels Guð, hevði boðið. Og Jósva legði undir seg alt landið frá Kádesj-Barnea til Gaza og alt Gósjenlandið alt at Gibeon. Allar hesar kongar og land teirra vá Jósva á einum sinni, tí at Harrin, Ísraels Guð, stríddist fyri Ísrael. Eftir hetta snúðist Jósva og allur Ísrael við honum aftur í herbúðirnar við Gilgal.
Men tá ið Jábin, kongur av Házor, frætti hetta, sendi hann Jóbab, kongi av Mádon, boð og somuleiðis kongunum av Sjimron og Aksjaf og kongunum har norðuri í fjallabygdunum, á slættlendinum fyri sunnan Kinnerot, í láglandinum og á heiðunum við Dór úti við sjógvin, Kánáanitum bæði fyri eystan og vestan, Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Jebusitum í fjallabygdunum og Hivitum niðanvert við Hermon í Mizpalandi. Hesir løgdu nú út við øllum herliðum sínum, fjølmangir sum sandurin við sævarflóð, og við nøgd av hestum og vagnum. Allir hesir kongar løgdu ráðini saman, síðan komu teir og settu upp herbúðir sínar við Meromsvøtn og búðust til bardaga móti Ísraels fólki. Tá segði Harrin við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at um hetta mundið í morgin skal eg lata teir liggja vignar á vali fyri Ísraelsmonnum; tú skalt kvetta hælsinurnar á hestum teirra og brenna upp hervagnar teirra.» Jósva og alt herfólkið, sum við honum var, komu tá brádliga yvir teir við Meromsvøtn, og løgdu á teir. Og Harrin gav teir upp í hendur Ísraels, so at teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Zidon hini miklu og til Misrefot-Máim og eystur í Mizpedalin; og teir vógu teir, so at eingin teirra komst undan. Jósva fór við teimum, soleiðis sum Harrin hevði boðið: Hælsinurnar á hestum teirra kvetti hann av, og hervagnar teirra brendi hann upp. Um tað mundið snúðist Jósva aftur og vá Házor og feldi kongin har við svørði; men Házor var áður høvuðsborgin í øllum hesum kongaríkjum. Teir bannførdu borgina og avoyddu hvørt mansbarn, sum har var, so at einki livandi var eftir; og Házor settu teir eld á. Jósva fekk undir seg allar borgirnar hjá hinum kongunum eins og allar kongarnar sjálvar; og hann vá teir við svørði og avoyddi teir, so sum Móses, tænari Harrans, hevði boðið. Tó brendu Ísraelsmenn onga av teimum borgum, ið stóðu uppi á hæddum uttan Házor eina; hana setti Jósva eld á. Allan herfong og fenað úr hesum borgum rændu Ísraelsmenn sær til handar; men hvørt mannkyn feldu teir við svørði og avoyddu tað, til ikki livandi kykt var eftir. Eins og Harrin hevði boðið Mósesi, tænara sínum, soleiðis beyð Móses Jósva, og soleiðis gjørdi Jósva; einki læt hann vera ógjørt av øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi. Soleiðis legði Jósva alt hetta landið undir seg, fjallalandið og alt suðurlandið, alt Gósjenland og láglandið, slættlendið og Ísraels fjallaland og láglandið har um leið, frá tí nakna hálandinum, ið hevjar seg niðan móti Se'ir og alt at Báal-Gád í Libanons dali niðanvert við Hermons fjall; og allar kongar teirra tók hann, jarðlegði teir og týndi teimum av lívi. Í langar tíðir lá Jósva í bardaga við hesar kongar. Eingin borg gav seg við góðum undir vald Ísraelsmanna uttan eina Hivitarnir, sum búðu í Gibeon; alt máttu teir taka við bardaga. Av Harrans ávum herdu teir hjørtu síni og løgdu í hernað móti Ísraelsmonnum, so at hesir avoyddu teir og eirindaleyst týndu øllum av lívi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Um tað mundið kom Jósva og rak Ánakitarnar út úr fjallalandinum, úr Hebron og Debir, úr Ánab og úr øllum Júdafjøllum og úr øllum Ísraelsfjøllum; og Jósva avoyddi teir eins og borgir teirra. Eingin Ánakiti var eftir í landi Ísraelsmanna; einans í Gaza, Gát og Ásdod vóru nakrir eftir. Soleiðis legði Jósva alt landið undir seg samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði talað við Móses; og Jósva gav Ísrael tað í arv, hvørji ættini sín lut. Síðan varð friður í landinum.
Hesir eru teir kongarnir í landinum, ið Ísraelsmenn vunnu sigur á; teir ognaðu sær land teirra fyri eystan Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli, alt slættlendið eystantil: Sihon, kongur Ámorita, sum búði í Hesjbon og valdaði øllum landi frá Ároer við Arnons áarbakka, frá miðjum dali yvir helmingin av Gilead alt at Jabboks á, sum er landamark móti Ammonitum, Árábaslættanum alt at Kinnerots vatni eystantil og at Árábahavinum, Salthavinum, eystantil allan vegin alt at Bet-Jesjimot og longur suðureftir alt at Pisgalíðum, og Og, kongur av Básjan, sum var ein av teimum Refaitum, ið eftir vóru; hann búði í Asjtarot og Edrei og valdaði Hermons fjallabygdum, Salka og øllum Básjan alt at landamarki Gesjurita og Máakatita, helmingi av Gilead at landamarki Sihons kongs í Hesjbon. Móses, tænari Harrans, og Ísraelsmenn høvdu vunnið sigur á teimum; og Móses, tænari Harrans, gav Rubenitum, Gáditum og helmingi av ætt Manasse land teirra til ognar. Hesir eru teir kongar, ið Jósva og Ísraelsmenn vógu fyri vestan Jórdan frá Báal-Gád í Libanons dali alt at Reynafjalli, ið hevjar seg niðan móti Se'ir; land teirra gav Jósva Ísrael til ognar, hvørji ætt sín lut, í fjallalandinum, í láglandinum, á Árábaslættanum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og á suðurlandinum, land Hetita, Ámorita, Kánáanita, Perezita, Hivita og Jebusita: Kongurin av Jeriko ein; kongurin av Ai við Betel ein; kongurin av Jerúsalem ein; kongurin av Hebron ein; kongurin av Jarmut ein; kongurin av Lákisj ein; kongurin av Eglon ein; kongurin av Gezer ein; kongurin av Debir ein; kongurin av Geder ein; kongurin av Horma ein; kongurin av Árad ein; kongurin av Libna ein; kongurin av Ádullam ein; kongurin av Makkeda ein; kongurin av Betel ein; kongurin av Tappua ein; kongurin av Hefer ein; kongurin av Áfek ein; kongurin av Sjáron ein; kongurin av Mádon ein; kongurin av Házor ein; kongurin av Sjimron-Meron ein; kongurin av Aksjaf ein; kongurin av Táanak ein; kongurin av Megiddo ein; kongurin av Kedesj ein; kongurin av Jokneam við Karmel ein; kongurin av Dór á Dórs heiðum ein; kongurin yvir fólkunum í Galileu ein; kongurin av Tirza ein; allir kongarnir tilsamans vóru tríati og ein.
Tá ið Jósva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, segði Harrin við hann: «Tú ert vorðin gamal og hevur nógv ár á baki, men almikið er enn eftir av landinum at hertaka. Hetta er landið, sum er eftir: Alt landaøki Filista og alt land Gesjurita. Frá Sjihor eystanvert við Egyptaland og alt at Ekrons landamarki í norðuri, sum Kánáanitar verða hildnir at eiga, hinir fimm høvdingar Filista í Gaza, Ásdod, Askalon, Gát og Ekron; og somuleiðis Ávitar í suðuri; framleiðis alt land Kánáanita frá Meara, sum Zidonitar eiga, og alt at Áfek og at landamarki Ámorita og tað landið, ið hevur Libanon sum landamark eystantil; frá Báal-Gád undir Hermons fjalli og alt at Hámat, allar íbúgvar fjallabygdanna frá Libanon og alt at Misrefot-Májim, allar Zidonitar, vil eg týna fyri tykkum. So skift tað nú sundur millum Ísraelsmanna til ognar, eins og eg havi boðið tær. Lat nú hini hálvatíggjundu ætt lutast hetta landið í arv.» Hin hálva ætt Manasse og við henni Rubenitar og Gáditar høvdu jú fingið sín lut, ið Móses gav teimum fyri eystan Jórdan, eins og Móses, tænari Harrans, gav teimum hann: frá Ároer við Arnons áarbakka, borgini í miðjum dalinum, allan slættan frá Medeba alt at Dibon; og framleiðis allar borgir hjá Sihoni, kongi Ámorita, sum var kongur í Hesjbon, alt at landamarki Ammonita; somuleiðis Gilead og alt land Gesjurita og Máakatita, øll Hermons fjøll og Básjan alt at Salka; alt kongaríkið hjá Og í Básjan, sum ríkti í Asjtarot og Edrei og var einastur eftir av Refaitum. Móses hevði vigið teir og beint fyri teimum. Men Ísraelsmenn beindu ikki fyri Gesjuritum og Máakatitum; tí búgva Gesjuritar og Máakatitar millum Ísraelsmanna enn í dag. Einans ætt Levi gav hann ongan arvalut; Harrin, Ísraels Guð, skuldi vera arvalutur hans, eins og hann hevði heitt honum. Og hvørjum kyntátti av Rubens ætt gav Móses sín lut; teir fingu landið frá Ároer við Arnons áarbakka frá borgini í miðjum dalinum, allan slættan alt at Hesjbon og allar borgir á slættanum, Dibon, Bámot-Báal, Bet-Bál-Meon, Jáhza, Kedemot, Mefáat, Kirjatáim, Sibma, Zeret-Sjahar á Dalafjalli, Bet-Peor í Pisgalíðum og Bet-Jesjimot; framleiðis allar borgir á slættanum og alt kongaríki Sihons, Ámorita kongs, ið sat sum kongur í Hesjbon, og sum Móses vá samstundis við høvdingar Midianita Evi og Rekem, Zur og Hur og Reba, jallar Sihons, ið búðu í landinum. Ísraelsmenn vógu eisini spásagnarmannin Bileam Beorsson við svørði umframt aðrar, sum teir drópu. Og landamarkið hjá Rubenitum varð Jórdan; og hetta landið við borgum og torpum lutaðist Rubenitum eftir kyntáttum teirra. Og Móses gav hvørjum kyntátti av Gáds ætt sín landslut; og hetta vórðu landslutir teirra: Jázer og allar borgir í Gilead og helmingur av landi Ammonita alt at Ároer, ið liggur fyri eystan Rabba; og landið frá Hesjbon alt at Rámat-Mizpe og Betonim; og frá Máhanáim og alt at landamarki Lodebars. Framleiðis í dalinum Bet-Háram, Bet-Nimra, Sukkot og Záfon, eftirstøðurnar av kongaríki Sihons, kongs í Hesjbon, við Jórdan sum landamark alt at suðurendanum á Kinnerots vatni fyri eystan Jórdan. Hetta landið við borgum og torpum varð arvalutur Gádita eftir kyntáttum teirra. Og Móses gav hvørjum kyntátti av Manasse hálvu ætt sín landslut; land teirra gekk frá Máhanáim yvir alt Básjan, alt kongaríkið hjá Og, kongi av Básjan, og allar tjaldbygdir Jáirs, sum eru í Básjan, seksti bygdir, helmingin av Gilead og Asjtarot og Edrei, høvuðsborgir í kongaríki Ogs í Básjan. Hetta fingu synir Mákirs Manassesonar, tað er helmingurin av Mákirs sonum – eftir kyntáttum teirra. Hesi vóru tey landsøki, sum Móses á Móabs slætta fyri eystan Jórdan áraka Jeriko lutaði sundur. Men ætt Levi gav Móses ongan arvalut. Harrin, Ísraels Guð, er arvalutur hennara, eins og hann hevði heitt teimum.
Hetta er tað landøki, sum Ísraelsmonnum lutaðist í Kánáanlandi, tað sum Eleazar prestur, Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmanna lótu teir fáa til ognar við lutakasti samsvarandi tí, sum Harrin hevði boðið við Mósesi viðvíkjandi teimum níggju ættunum og hini hálvu, tí at hálvari triðju ætt hevði Móses givið arvalut hinumegin Jórdan; og Levitum hevði hann ikki givið arvalut teirra millum, tí at Jósefs synir vóru tvær ættir, Manasse og Efraim; og Levitum góvu teir ongan lut í landinum, men einans borgir at búgva í og beiti har hjá fyri fenað teirra og djór. Tað, sum Harrin hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn og lutaðu landið sundur. Tá gingu Júda synir fram fyri Jósva í Gilgal; og Káleb Jefunneson Kenizziti mælti við hann: «Tú veitst, hvat ið Harrin talaði við Guðsmannin Móses í Kádesj-Barnea viðvíkjandi mær og tær. Eg var fjøruti ára gamal, tá ið Móses, tænari Harrans, sendi meg frá Kádesj-Barnea at kanna landið; og eg bar honum boð aftur, sum eg helt vera sonn. Men brøður mínir, sum vóru í ferðini við mær, tóku dirvið frá fólkinum; men eg var Harranum, Guði mínum, fult lýðin. Og Móses svór tann dagin: Vissuliga skal tað landið, sum tú hevur sett fót tín á, verða tær og børnum tínum til ognar um ævir aftur fyri, at tú vart Harranum, Guði mínum, fult lýðin! Og sí, Harrin hevur hildið orð sítt og latið meg liva í hesi fjøruti og fimm ár, síðan Harrin segði hetta við Móses, ta ferðina tá Ísraelsmenn fóru um í oyðimørkini. Og sí, nú eri eg áttati og fimm ára gamal. Megi mín er enn í dag hin sama sum ta ferðina, tá ið Móses sendi meg út; eg eri líka so reystur í orrustu og til at fara um. So gev mær nú hetta fjallalandið, sum Harrin hina ferðina talaði um; tú hoyrdi tað jú sjálvur. Víst búgva har Ánakitar, og borgirnar eru miklar og víggirdar; men kanska Harrin vil vera við mær og týna teir, so sum hann hevur heitt.» Tá signaði Jósva Káleb Jefunneson og gav honum Hebron til óðals. Soleiðis fekk Kenizzitin Káleb Jefunneson Hebron, og er hon ogn hansara enn í dag, av tí at hann var Harranum, Ísraels Guði, fult lýðin. Men Hebron æt áður Kirjat-Arba eftir Arba, ið var størstur av Ánakitum. Eftir hetta gekk eingin ófriður á landið.
Við lutkastinum fingu kyntættirnir av Júda ætt sín landslut yvir móti Edóms landamarki, Zin oyðimørkina, sunnast í landinum. Landamark teirra fyri sunnan byrjar frá endanum á Salthavinum frá víkini, ið gongur suðureftir; haðan gongur tað sunnanvert við Sporðdrekaskarðið, fer yvir at Zin og snýr sær niðaneftir sunnanvert við Kádesj-Barnea og yvir at Hezron; síðan niðan til Addar og haðan í bugi til Karka; haðan gongur tað yvir at Azmon og alla leið at Egyptalands á; síðan gongur markið í sjógv. Hetta er landamark teirra í suðuri. Landamarkið fyri eystan er Salthavið og alt at Jórdans ósa. Landamarkið fyri norðan gongur frá havsins vík frá Jórdans ósa; haðan gongur landamarkið niðaneftir til Bet-Hogla og longur fram fyri norðan Bet-Árába og niðan at steini Bóhans Rubenssonar. Síðan gongur landamarkið frá Ákors dali til Debir og norður um Gilgal, ið liggur áraka Ádummimskarðið fyri sunnan dalin; síðan gongur landamarkið at En-Sjemesjvøtnum og endar við Rógel kelduna. Haðan gongur landamarkið niðan móti dali Hinnomssonar sunnanvert við øksl Jebusita, sum nú eitur Jerúsalem; og síðan gongur landamarkið upp á fjallatindin, sum er fyri vestan Hinnoms dal við norðurendan av Refaim dali. Av fjallatindinum gongur landamarkið í bugi við Neftoa vatnræsi og út til bygdina á Efraims fjalli og haðan til Báala, ið nú eitur Kirjat-Jearim. Frá Báala gongur landamarkið í bugi vestureftir at Se'irs fjalli og síðan yvir at brekkuni norðanvert við Jearims fjall, har ið nú Kesalon liggur; og haðan oman til Bet-Sjemesj og yvir at Timna. Haðan gongur landamarkið norðureftir at Ekrons fjallaási og síðan í bugi til Sjikkaron og yvir at Báalafjalli og alla leið til Jabneel og gongur í sjógv. Í vestri er havið mikla landamark allan vegin. Hetta eru landamarkini hjá Júdasonum íkring, eftir kyntáttum teirra. So sum Harrin hevði boðið Jósva, fekk Káleb Jefunneson sín landslut í miðjum Júdasonum, borgina Kirjat-Arba, ið æt eftir ættarfaðir Ánakita; hon eitur nú Hebron. Og Káleb rak burtur haðan tríggjar Ánakitar, Sjesjai, Áhiman og Talmai, eftirkomarar Ánaks. Síðan fór hann í hernað móti íbúgvum Debirs; Debir æt áður Kirjat-Sefer. Tá mælti Káleb: «Tann, sum vinnur borgina Kirjat-Sefer og leggur hana undir seg, honum vil eg geva Aksu, dóttur mína, til konu.» Og tá ið Otniel Kenazson, bróðir Kálebs, vann borgina, gav hann honum Aksu, dóttur sína, til konu. Men tá ið hon skuldi fara heim við húsbónda sínum, eggjaði hann henni til at biðja faðirin um nakað av jørð; hon fór tí niður aftur av asnanum. Káleb spurdi hana tá: «Hvat vilt tú?» Hon svaraði: «Gev mær einahvørja heimanfylgju; av tí at tú hevur gift meg burtur til hitt turra suðurlandið, so mást tú eisini geva mær vatnbrunnar.» Tá gav hann henni hinar ovaru og hinar niðaru brunnarnar. Hetta er arvalutur Júdaættar eftir kyntáttum teirra: Borgirnar við útjaðara Júdaættar sunnantil móti landamarki Edóms: Kabzeel, Eder, Jágur, Kina, Dimona, Árara, Kedesj, Házor, Jitnan, Zif, Telem, Bealot, Házor-Hádata, Kerijot-Hezron; tað er Házor. Ámam, Sjema, Mólada, Házar-Gadda, Hesjmon, Bet-Pelet. Házar-Sjúal, Beersjeba, Bizjótja, Báala, Ijjim, Ezem, Eltolad, Betul, Horma, Ziklag, Madmanna, Sansanna, Lebaot, Sjilhim, En-Rimmon; tilsamans tjúgu og níggju borgir og torpar teirra. Á láglandinum: Esjtaol, Zórea, Asjna, Zánoa, En-Gannim, Tappua, Enam, Jarmut, Ádullam, Sóko, Ázeka Sjáaráim, Áditáim, Gedera, Gederotáim; tilsamans fjúrtan borgir og torpar teirra. Framleiðis Zenan, Hádasja, Migdal-Gád, Dilean, Mizpe, Jokteel, Lákisj, Bozkat, Eglon, Kabbon, Lakmas, Kitlisj, Gederot, Bet-Dágon, Náama, Makkeda; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra. Framleiðis Libna, Eter, Ásjan, Jifta, Asjna, Nezib, Ke'ila, Akzib, Maresja; tilsamans níggju borgir og torpar teirra. Ekron við bygdum og torpum sínum. Frá Ekron og vestur at havinum alt økið fram undir líðunum við torpum sínum, Ásdod við bygdum og torpum sínum, Gaza við bygdum og torpum sínum, alt at Egyptalands á; fyri vestan var havið mikla landamark. Í fjallalandinum: Sjámir, Jattir, Sóko, Danna, Kirjat-Sefer, tað er Debir; Ánab, Esjtemo, Ánim, Gósjen, Hólon, Gilo; tilsamans ellivu borgir og torpar teirra. Framleiðis Árab, Duma, Esjean, Jánum, Bet-Tappua, Áfeka, Humta, Kirjat-Arba, tað er Hebron, og Zior; tilsamans níggju borgir og torpar teirra. Framleiðis Máon, Karmel, Zif, Jutta, Jizreel, Jokdeam, Zánoa, Káin, Gibea, Timna; tilsamans tíggju borgir og torpar teirra. Framleiðis Halhul, Bet-Zur, Gedor. Máarat, Bet-Ánon, Eltekon; tilsamans seks borgir og torpar teirra. Tekoa, Efrata, tað er Betlehem, Peor, Etam, Kúlon, Tátam, Sóres, Kerem, Gallim, Beter og Menóho; tilsamans ellivu borgir og torpar teirra. Framleiðis Kirjar-Báal, tað er Kirjat-Jearim, og Rabba; tilsamans tvær borgir og torpar teirra. Í oyðimørkini: Bet-Árába, Middin, Sekáka, Nibsjan, Ir-Mela, En-Gedi; tilsamans seks borgir og torpar teirra. Men Jebusitarnir, sum búðu í Jerúsalem, fingu Júdamenn ikki rikið burtur; tí búgva Jebusitar enn í dag í Jerúsalem saman við Júdamonnum.
Síðan varð landamarkið hjá Jósefs sonum tilskilað við lutkasti og gekk fyri eystan frá Jórdan áraka Jeriko við Jerikos vøtn og niðan gjøgnum oyðimørkina, ið hevjar seg upp á fjallalandið við Betel; og frá Betel framvegis yvir at landamarki Arkita, at Átarot, gekk síðan oman vestureftir móti landamarki Jafletita og móti landamarki Bet-Hórons hins niðara og alt at Gezer og gekk í sjógv. Hesin landsluturin ognaðist Jósefs sonum, Manasse og Efraim; og landamarkið fyri tí luti, sum Efraims synir fingu eftir kyntáttum sínum, var fyri eystan Átarot-Addar til Bet-Hóron hins ovara; haðan gekk tað vestur at havinum. Fyri norðan var Mikmetat mark; haðan gekk landamarkið eystureftir til Táanat-Sjilo og gekk í bugi sunnanvert við Jánoa. Frá Jánoa gekk tað oman at Átarot og Náara, tætt við Jeriko og endaði úti við Jórdan. Frá Tappua gekk landamarkið vestur í Kána-dalin og endaði úti við havið. Hetta var arvalutur Efraims ættar eftir kyntáttum teirra umframt borgir og torpar, sum Efraims synir fingu burtur av arvaluti Manasse sona. Men Kánáanitarnar, sum búðu í Gezer, róku teir ikki burtur; tí búgva Kánáanitar enn í dag í miðjum Efraim; men teir eru vinnuskyldigir.
Og Manasse ætt fekk sín lut, tí at hann var frumgitni sonur Jósefs. Mákir, frumgitni sonur Manasse, faðir at Gilead, fekk Gilead og Básjan, tí at hann var bardagamaður. Og hinir synir Manasse fingu lutir eftir kyntáttum sínum: synir Ábiezers, synir Heleks, synir Asriels, synir Sjekems, synir Hefers og synir Sjemida. Hesir vóru kallmanseftirkomarar Manasse Jósefssonar eftir kyntáttum teirra. Men Zelofhad Hefersson Gileadssonar, Mákirssonar, Manassesonar átti ongar synir, einans døtur. Hesar vóru døtur hansara: Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. Tær gingu tá inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og høvuðsmenninar og søgdu: «Harrin beyð Mósesi at geva okkum arvalut millum brøðra okkara.» Eftir boði Harrans gav hann teimum tá arvalut millum brøðra faðirs teirra. Soleiðis fekk Manasse tíggju lutir umframt Gilead og Básjan hinumegin Jórdan, av tí at døtur Manasse eisini fingu arvalutir millum sona hansara. Men hinir eftirkomarar Manasse fingu Gileads land. Og landamark Manasse gekk frá Ásjer til Mikmetat fyri eystan Sjekem og haðan gekk landamarkið suðureftir til teirra, ið búgva í En-Tappua. Manasse fekk landslutin Tappua; men borgina Tappua, ið stóð við landamark Manasse, fingu Efraimitar. Haðan gekk landamarkið oman í Kána-dalin sunnanvert við dalin; borgirnar har, sum stóðu mitt uppi í borgum Manasse, átti Efraim. Landøkið hjá Manasse var fyri norðan dalin og alt til sjóvar. Tað, sum var fyri sunnan, átti Efraim, og tað, sum var fyri norðan, átti Manasse; havið var mark. Fyri norðan var Ásjer landamark teirra, og fyri eystan Issakar. Í Issakar og Ásjer fekk Manasse hesar borgir: Bet-Sjean og bygdir hennara, Jibleam og bygdir hennara, íbúgvar Dórs og bygdir hennara, íbúgvar En-Dórs og bygdir hennara, íbúgvar Táanaks og bygdir hennara, íbúgvar Megiddos og bygdir hennara, fjallalíðirnar tríggjar. Men Manasse synir fingu ikki rikið íbúgvarnar í hesum borgum burtur, og tað eydnaðist Kánáanitum at fáa sær fastan bústað í hesum landsluti. Seinni, tá ið Ísraelsmenn mentust, gjørdu teir Kánáanitarnar vinnuskyldigar, men róku teir ikki burtur. Tá mæltu synir Jósefs við Jósva og søgdu: «Hví hevur tú einans givið mær ein lut og eina arvagrein, tó at eg eri fjølment fólk, av tí at Harrin higartil hevur signað meg stórum?» Men Jósva svaraði: «Ert tú vorðin so fjølmentur, tá far tær niðan í skóglandið og brót tær upp úr nýggjum har í landi Perezita og Refaita, um Efraims fjallaland er vorðið tær ov trongt!» Tá søgdu synir Jósefs: «Fjallalandið er okkum ikki nóg mikið; og allir Kánáanitar á slættlendinum hava jarnsettar vagnar, bæði teir, sum búgva í Bet-Sjean og bygdunum har hjá, og teir, sum búgva á Jizreel-slættanum.» Tá segði Jósva við Jósefs ætt, Efraim og Manasse: «Fjølmentur ert tú vorðin, og mikil er styrki tín; ikki skal ein lutur vera tær nóg mikið; men fjallalandið skal verða títt; og er tað skógvaksið, verður tú at bróta upp úr nýggjum; eisini fjallalíðir tess skulu verða tínar; tí at tú skalt reka Kánáanitarnar burtur, tó at teir hava jarnvagnar, tí at tú ert mætari enn teir.»
Tá savnaðist allur savnaður Ísraelsmanna í Silo; og settu teir har samfundartjaldið upp; tá lá alt landið undirokað fyri teimum. Men av Ísraelsmonnum vóru enn sjey ættir eftir, sum ikki høvdu fingið sín arvalut. Tá mælti Jósva við Ísraelsmenn: «Hvussu leingi ætla tit at letast og drála við at fara og taka í arv tað land, sum Harrin, Guð fedra tykkara, hevur givið tykkum? Latið tríggjar mans fyri hvørja ætt koma higar, sum eg vil senda avstað; teir skulu búgva seg til at fara um alt landið og greina skrivliga frá, hvussu tað skal verða skift sundur; síðan skulu teir koma aftur til mín. Teir skulu skifta tað sundur í sjey lutir. Júda skal verða verandi á sínum arvaluti í suðri og ætt Jósefs á sínum arvaluti í norðri. Og um hesar sjey lutir landsins skulu tit seta saman frágreiðing, sum tit skulu fáa mær; so skal eg kasta lut fyri tykkum her fyri ásjón Harrans, Guðs várs. Men Levitarnir, ið búgva tykkara millum, skulu ongan arvalut fáa; tí at prestadømi Harrans skal verða arvalutur teirra; og Gád og Ruben og hálva ætt Manasse hava fyri eystan Jórdan fingið sín arvalut, sum Móses, tænari Harrans, gav teimum.» Tá búðu menninir seg út til ferðar; og Jósva beyð teimum, ið fara skuldu, at gera skrivliga frágreiðing og mælti: «Farið nú og ferðist um landið og greiðið skrivliga frá tí. Komið síðan aftur til mín, so skal eg kasta lut fyri tykkum her fyri ásjón Harrans í Silo.» Menninir hildu síðan avstað og fóru um landið og settu saman skrivliga frágreiðing um tað, um hvørja borg í teim sjey lutunum; síðan komu teir aftur til Jósva í herbúðirnar í Silo. Jósva kastaði síðan lut fyri teir í Silo fyri ásjón Harrans og skifti landið sundur millum Ísraelsmenn, lut fyri lut. Og ætt Benjamins fekk við lutkasti eftir kyntáttum sínum landslut sín millum Júdasona og Jósefssona. Landamark teirra byrjaði frá Jórdan norðantil og gekk upp á hálsin fyri norðan Jeriko og vestur á fjøllini og endaði í oyðimørkini við Bet-Áven. Haðan gekk landamarkið yvir at Luz, upp um hálsin fyri sunnan Luz, tað er Betel, og síðan oman at Átarot-Addar og niðan á fjallalandið, sum er fyri sunnan Bet-Hóron hitt niðara; og framleiðis gekk landamarkið í útsynning frá fjallinum, sum er sunnanvert við Bet-Hóron, og endaði í Kirjat-Báal, tað er Kirjat-Jearim, borg Júdasona. Hetta var landamarkið fyri vestan. Landamarkið fyri sunnan byrjaði frá útjaðara Kirjat-Jearims og gekk vestureftir út at Neftoakeldum. Haðan gekk landamarkið oman at fjallatromini áraka dal Hinnomssonar, sum er fyri norðan Refaimslættan; og haðan oman í Hinnomsdal sunnanvert við háls Jebusita, síðan oman at Rógel kelduni. Haðan gekk tað norðureftir til En-Sjemesj og framleiðis til Gelilot áraka Ádummimbrekkuna og oman at steini Bóhans Rubenssonar; og haðan yvir um hálsin norðanvert við Bet-Árába-slættan. Framleiðis gekk landamarkið yvir at hálsinum norðanvert við Bet-Hogla og endaði norðanvert við saltsjóvarvíkina, har ið Jórdan rennur útí. Hetta var landamark fyri sunnan. Fyri eystan var Jórdan landamark. Hesi vóru landamarkini kring um arvalut Benjaminssona eftir kyntáttum teirra. Men borgirnar hjá ætt Benjaminssona eftir kyntáttum teirra vóru hesar: Jeriko, Bet-Hogla, Emek-Keziz, Bet-Árába, Zemaráim, Betel, Avvim, Pára, Ofra, Kefar-Ammoni, Ofni, Geba, tilsamans tólv borgir og torpar teirra, Gibeon, Ráma, Beerot, Mizpe, Kefira, Móza Rekem, Jirpeel, Tárala, Zela, Elef, Jebus – tað er Jerúsalem – Gibeat og Kirjat-Jearim, tilsamans fjúrtan borgir og torpar teirra. Hetta var arvalutur Benjaminssona eftir kyntáttum teirra.
Annað lutkastið rakti Símeon, ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra, og fingu teir arvalut sín uppi í miðjum arvaluti Júdasona. Teirra arvalutur var: Beersjeba, Sjema, Mólada, Házar-Sjúal, Bála, Ezem, Eltolad, Betul, Horma, Ziklag, Bet-Markabot, Házar-Súsa, Bet-Lebaot, Sjáruhen, trettan borgir og torpar teirra; En-Rimmon, Tóken, Eter, Ásjan, tilsamans fýra borgir og torpar teirra; og somuleiðis allir torpar, ið lógu kring um hesar borgir, alt at Báalat-Beer, Ráma suðurlandsins. Hetta var arvaluturin hjá ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra. Símeons synir fingu sín lut burtur av arvaluti Júdasona, av tí at arvalutur Júdasona var ov stórur fyri teir; tí var lutur Símeons sona uppi í arvaluti Júdasona. Triðja lutkastið rakti Zebulons synir eftir kyntáttum teirra; og landamark arvaluts teirra gekk alt at Sárid. Markið gekk vestureftir niðan móti Márala tætt fram við Dábesjet at ánni, sum rennur fyri eystan Jokneam; og frá Sárid eystureftir móti sólarrisi at landamarki Kislot-Tábors; haðan til Dobrat og niðan til Jáfia. Haðan gekk tað eystureftir móti sólarrisi yvir at Gitta-Hefer og til Et-Kázin og haðan til Rimmona og alla leið til Nea. Haðan gekk tað norðureftir og endaði í dalinum við Jifta-El. Saman við Kátat, Náhalal, Sjimron, Jideala og Betlehem vóru tað tólv borgir við torpum. Hesar borgir við torpum vóru arvalutir Zebulons sona eftir kyntáttum teirra. Fjórða lutkastið rakti Issakar, Issakars synir eftir kyntáttum teirra. Og landslutur teirra varð Jizreel, Kesulot, Sjúnem, Háfaráim, Sjion, Ánahárat, Rabbit, Kisjon, Ebez, Remet, En-Gannim, En-Hadda, Bet-Pazzez. Og landamarkið bar við Tábor, Sjáhazim og Bet-Sjemesj og endaði úti við Jórdan; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra. Hetta var tann arvalutur, ið ognaðist ætt Issakars sona eftir kyntáttum teirra, borgir og torpar. Fimta lutkastið rakti ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra; og varð landamark teirra Helkat, Háli, Beten, Aksjaf, Álammelek, Ámead, Misjal; og framleiðis bar landamarkið við Karmel, Jáma og Sjihor-Libnat. Haðan gekk tað eystureftir til Bet-Dágon og bar við Zebulon og dalin við Jifta-El norðantil og gekk síðan til Bet-Emek, Neiel og norður at Kábul, Abdon, Rehob, Hammon, Kána alt at Zidon, borgini miklu. Haðan gekk landamarkið yvir at Ráma og hini víggirdu borg Týrus, síðan til Hósa og endaði úti við havið; framleiðis Máhalab, Akzib, Akko, Áfek, Rehob; tilsamans tjúgu og tvær borgir umframt torpar. Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra. Sætta lutkastið rakti Naftali synir, Naftali synir eftir kyntáttum teirra. Teirra landamark gekk frá Helef, frá eikini við Záanannim og Ádami-Nekeb og Jabneel alt at Lakkum og endaði úti við Jórdan. Haðan gekk markið vestureftir til Aznot-Tábor og haðan til Hukkok og tætt fram við Zebulon sunnantil, Ásjer vestantil og Jórdan eystantil. Av víggirdum borgum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret, Ádama, Ráma, Házor, Kedesj, Edrei, En-Házor, Jireon, Migdal-El, Hórem, Bet-Ánat og Bet-Sjemesj, tilsamans nítjan borgir og torpar afturat. Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Naftali sona eftir kyntáttum teirra. Sjeynda lutkastið rakti ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra. Og landamark arvaluta teirra vóru: Zórea, Esjtaol, Ir-Sjemesj, Sjáalabbin, Ajjalon, Jitla, Elon, Timna, Ekron, Elteka, Gibbeton, Báalat, Jehud, Bene-Berak, Gát-Rimmon, Me-Jarkon og Rakkon við landaøkinum yvir móti Jáfo. Men land Dáns sona varð teimum ov trongt; teir fóru tí niðan og herjaðu á borgina Lesjem, hertóku hana og vógu hana við svørði; teir ognaðu sær hana og búsettust har og nevndu hana Dán eftir Dán, ættarfaðir sínum. Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra. Tá ið teir høvdu skift landið sundur at ytstu landamarkum, góvu Ísraelsmenn Jósva Nunssyni arvalut sín ámillum. Eftir boði Harrans góvu teir honum ta borg, sum hann sjálvur kjósaði sær, Timnat-Sera á Efraims fjøllum. Og hann víggirdi hana og setti búgv har. Hetta vóru teir arvalutir, sum Eleazar prestur og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraels sona skiftu sundur við lutkasti í Silo fyri ásjón Harrans við dyr samfundartjaldsins. Soleiðis luku teir at skifta landið sundur.
Tá talaði Harrin við Jósva og mælti: «Tala við Ísraelsmenn og sig: Veljið tykkum nú griðstaðir, eins og eg beyð tykkum við Mósesi, til tess at tann, sum av óvart og móti ætlan síni verður manni at bana, hagar kann firra lívi sínum undan blóðhevnaranum. Tá ið hann flýggjar í einhvørja av hesum borgum og tekur støðu í borgarliðinum og greinir teimum elstu í teirri borg frá máli sínum, tá skulu teir taka hann inn í borgina til sín og geva honum bústað hjá sær. Og tá ið blóðhevnarin kemur eftir honum, skulu tit ikki geva drápsmannin upp í hendur hansara, so satt sum hann drap næsta sín av óvart og ongan meinhuga bar honum frammanundan. Hann skal verða búgvandi í teirri borg, til hann hevur verið fyri dómi savnaðarins, og til tann maður er deyður, sum um tað mundið er høvuðsprestur. Síðan má drápsmaðurin fara heim aftur í ta borg, sum hann var flýddur frá.» Tá halgaðu teir Kedesj í Galileu á Naftali fjøllum og Sikem á Efraims fjøllum og Kirjat-Arba, tað er Hebron, á Júda fjøllum. Og fyri eystan Jórdan góvu teir Bezer í oyðimørkini, á slættanum, av ætt Rubens; og Rámot í Gilead av ætt Gáds og Gólan í Básjan av ætt Manasse. Hesar vóru tær borgir, sum allir Ísraelsmenn og allir fremmandir, ið búðu teirra millum, fingu tilskilaðar, til tess at hagar mátti flýggja hvør tann, sum av óvart hevði verið manni at bana, og ikki verða dripin av blóðhevnaranum, fyrr enn hann hevði verið fyri dómi savnaðarins.
Tá gingu ættarhøvdingar Levita inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og talaðu soleiðis til teirra í Silo í Kánáanlandi: «Harrin beyð við Mósesi at geva okkum borgir at búgva í og hjá teimum beitilendi fyri fenað okkara.» Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði Harrans Levitum hesar borgir við beitilendum burtur av arvalutum sínum. Lutkastið rakti nú fyrst kyntættir Kehatita, soleiðis at av Levitunum fingu synir Árons prests við lutkasti trettan borgir burtur av ætt Júda og ætt Símeons og ætt Benjamins; men hinir synir Kehats fingu við lutkasti eftir kyntáttum sínum tíggju borgir burtur av ætt Efraims og ætt Dáns og hálvari ætt Manasse. Synir Gersjons fingu við lutkasti eftir kyntáttum sínum trettan borgir burtur av ætt Issakars og ætt Ásjers og ætt Naftali og burtur av hálvari ætt Manasse í Básjan. Og Merari synir fingu eftir kyntáttum sínum tólv borgir burtur av ætt Rubens og ætt Gáds og ætt Zebulons. Og Ísraelsmenn góvu við lutkasti Levitum hesar borgir við beitilendum, eins og Harrin hevði boðið við Mósesi. Av Júda ætt og Símeons ætt góvu teir hesar borgir, ið her verða nevndar: Eftirkomarum Árons av kyntátti Kehats av Levi ætt, ið fingu fyrsta lutin, lutaðist Kirjat-Arba – tað er borgin hjá Arba, ættfaðir Ánaks, ið nú eitur Hebron – í Júdafjøllum við beitilendum. Men akurland borgarinnar og tilliggjandi torpar góvu teir Kálebi Jefunnesyni til ognar. Sonum Árons prests góvu teir Hebron, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum og Libna við beitilendum. Jattir við beitilendum og Esjtemoa við beitilendum. Hólon við beitilendum og Debir við beitilendum, Ásjan við beitilendum, Jutta við beitilendum og Bet-Sjemesj við beitilendum, tilsamans níggju borgir burtur av hesum báðum ættunum. Og burtur av ætt Benjamins: Gibeon við beitilendum, Geba við beitilendum, Ánatot við beitilendum, Álemet við beitilendum; tilsamans fýra borgir. Soleiðis fingu synir Árons, prestarnir, tilsamans trettan borgir við tilliggjandi beitilendum. Hinir Levitarnir av Kehats ætt fingu við lutkasti borgir burtur av Efraims ætt. Teimum ognaðist Sikem, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum í Efraims fjøllum og Gezer við beitilendum. Kibzáim við beitilendum, Bet-Hóron við beitilendum; tilsamans fýra borgir. Og burtur av Dáns ætt: Elteke við beitilendum, Gibbeton við beitilendum, Ajjalon við beitilendum, Gát-Rimmon við beitilendum, tilsamans fýra borgir; og burtur av hálvu ætt Manasse: Táanak við beitilendum, Jibleam við beitilendum, tilsamans tvær borgir. Hinir av Kehars ætt fingu eftir kyntáttum sínum tilsamans tíggju borgir. Synir Gersjons av Levi ætt fingu burtur av hálvu ætt Manasse Gólan í Básjan, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum og Asjtarot við beitilendum, tilsamans tvær borgir; og burtur av ætt Issakars: Kisjon við beitilendum, Dáberat við beitilendum, Jarmut við beitilendum, En-Gannim við beitilendum, tilsamans fýra borgir; og burtur av ætt Ásjers: Misjeal við beitilendum, Abdon við beitilendum, Helkat við beitilendum, Rehob við beitilendum, tilsamans fýra borgir; og burtur av ætt Naftali: Kedesj í Galileu, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Hammot-Dór við beitilendum, Kartan við beitilendum, tilsamans tríggjar borgir. Soleiðis fingu Gersjonitar eftir kyntáttum sínum tilsamans trettan borgir við beitilendum. Kyntættir Merarisona, teir ið enn vóru eftir av Levitunum, fingu burtur av ætt Zebulons: Jokneam við beitilendum, Karta við beitilendum, Rimmona við beitilendum, Náhálal við beitilendum, tilsamans fýra borgir; og hinumegin Jórdan áraka Jeriko burtur av ætt Rubens: Bezer í oyðimørkini, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Jáza við beitilendum, Kedemot við beitilendum, Mefáat við beitilendum, tilsamans fýra borgir; og burtur av Gáds ætt: Rámot í Gilead, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Máhanáim við beitilendum, Hesjbon við beitilendum, Jázer við beitilendum, tilsamans fýra borgir. Borgirnar, ið soleiðis lutaðust hinum kyntáttum Levi, Meraritunum eftir kyntáttum teirra, vóru tilsamans tólv. Allar borgirnar, sum Levitarnir fingu í ognarlandi Ísraelsmanna, vóru tilsamans fjøruti og átta við tilliggjandi beitilendum. Allar hesar borgir stóðu hvør fyri seg, og allar høvdu tær hvør síni beitilendi kring um seg. Soleiðis gav Harrin Ísrael alt tað landið, sum hann hevði svorið at geva fedrum teirra; og teir tóku tað til ognar og búsettust í tí. Og Harrin læt teir búgva í friði, beint so sum hann hevði svorið fedrum teirra; eingin av øllum fíggindum teirra kundi standast móti teimum; allar fíggindar teirra gav Harrin upp í hendur teirra. Einki av øllum teim góðu orðum, ið Harrin hevði givið húsi Ísraels, svitaðist; øll gingu út.
Tá kallaði Jósva Rubenitar og Gáditar og hálvu ætt Manasse fyri seg og segði við teir: «Tit hava trúliga hildið alt tað, sum Móses, tænari Harrans, beyð tykkum, og eisini hava tit verið lýdnir móti øllum tí, sum eg legði fyri tykkum. Alla hesa tíð alt fram at hesum degi hava tit ikki svikið brøður tykkara, men trúliga varðveitt boð Harrans, Guðs tykkara. Men nú hevur Harrin, Guð tykkara, givið brøðrum tykkara frið, eins og hann hevði heitt teimum; snúgvið tí nú heim aftur í tjaldbúðir tykkara, í tað land, har ognir tykkara eru, sum Móses, tænari Harrans, gav tykkum hinumegin Jórdan. Men leggið tykkum eina við at varðveita tað lógboð og ta lóg, sum Móses, tænari Harrans, hevur boðið tykkum, til tess at elska Harran, Guð tykkara, og ganga allar leiðir hansara og varðveita boðorð hansara og halda tykkum aftur at honum og tæna honum av heilum huga og allari sál tykkara!» Síðan vælsignaði Jósva teir og læt teir fara heim aftur í tjaldbúðir sínar. Hálvari ætt Manasse hevði Jósva givið land í Básjan; men hinum helminginum hevði hann givið land saman við brøðrum teirra fyri vestan Jórdan. Og tá ið Jósva hevði givið teimum heimferðarloyvi og vælsignað teir, fóru teir heim aftur í tjaldbúðir sínar við miklum eyði og nógvum fenaði, við silvuri og gulli, kopari og jarni og við almikið av klæðum; og alt, sum teir høvdu tikið frá fíggindum sínum, býttu teir sundur saman við brøðrum sínum. Síðan vendu Rubenitar, Gáditar og hálva ætt Manasse aftur og skildust við Ísraelsmenn í Silo í Kánáanlandi og fóru heim aftur í Gileads land, ognarland sítt, har ið teir høvdu tikið upp bústað sín, eins og Harrin hevði boðið teimum við Mósesi. Og tá ið Rubenitar og Gáditar og hálva ætt Manasse komu til Gelilot við Jórdan í Kánáanlandi, reistu teir har við Jórdan mikið altar, ið sást langa leið. Men tá ið hinir Ísraelsmenn frættu, at Rubenitar og Gáditar og hálva ætt Manasse høvdu bygt altar á markinum við Kánáanland í Gelilot við Jórdan hinumegin hjá Ísraelsmonnum, tá savnaðist allur savnaður Ísraelsmanna saman í Silo til tess at fara í hernað móti teimum. Ísraelsmenn sendu tá Rubenitum, Gáditum og hálvari ætt Manasse í Gileads landi Pinehas, son Eleazars prests, og saman við honum tíggju høvuðsmenn, ein fyri hvørjum kyntátti av øllum ættum Ísraels; hvør teirra var høvdingi fyri ætt síni av Ísraels túsundum. Og tá ið teir komu til Rubenitar og Gáditar og hálvu ætt Manasse, talaðu teir við teir soleiðis. «So sigur allur savnaður Harrans: Hvat er hetta fyri trúloysi, sum tit hava sýnt móti Ísraels Guði, at tit í dag eru viknir frá Harranum og hava reist tykkum altar til tess at rísa upp ímóti Harranum. Er okkum ikki nóg mikið hin misgerðin við Peor, sum vit enn í dag ikki hava tváað av okkum, so at savnaður Harrans tessvegna er illa farin? Kortini víkja tit burtur frá Harranum; men um tit í dag rísa upp ímóti Harranum, so skal hann í morgin hella út vreiði sína yvir allan savnað Ísraels. Men er ognarland tykkara óreint, so komið yvir í ognarland Harrans, har ið bústaður hansara er, og takið upp bústað okkara millum; men rísið ikki upp ímótí Harranum, ikki heldur ímóti okkum við at byggja tykkum annað altar enn altar Harrans, Guðs várs. Kom ikki vreiði Harrans oman yvir allan savnað Ísraels ta ferðina, tá ið Ákan Zeraksson fór við svikráðum móti tí, sum bannført var, tó at hann bert var ein maður? Og mátti hann ikki bøta við lívinum aftur fyri misgerð sína?» Tá svaraðu Rubenitar og Gáditar og hálva ætt Manasse og søgdu við høvdingar Ísraels túsunda: «Hin máttugi Guð, Harrin, hin máttugi Guð, Harrin, veit tað, og Ísrael skal vita tað: Um tað er av ólýdni ella trúloysi móti Harranum, vit reistu okkum altar í teirri ætlan at víkja burtur frá Harranum, tá hjálpi hann okkum ikki í dag! Og um tað var til at ofra brennioffur á tí ella grónoffur ella til at slátra takkaroffur á tí, tá hevni Harrin tess! Nei, heldur var tað av ótta, at vit gjørdu hetta, tí at vit hugsaðu, at seinni kundu synir tykkara koma og siga við synir okkara: Hvat samband hava tit við Harran, Ísraels Guð? Tit Rubenitar og Gáditar, hevur ikki Harrin sett Jórdan sum landamark millum okkara og tykkara? Tit eiga ongan lut í Harranum! Á henda hátt kundu synir tykkara elvt sonum okkara til at lætta av at óttast Harran. Tí søgdu vit: Latum okkum reisa okkum altar ikki til brennioffurs ella til sláturoffurs, men til at vera vitni millum okkara og tykkara og millum eftirmenn okkara eftir okkum um, at vit vilja inna tænastu fyri ásjón Harrans við brenniofrum, sláturofrum og takkarofrum, so at ikki børn tykkara onkuntíð seinni mega siga við børn okkara: Tit hava ongan lut í Harranum! Og vit hugsaðu: Um teir onkuntíð seinni siga soleiðis við okkum og eftirkomarar okkara, tá munnu vit svara: Lítið at hesi eftirmynd av altari Harrans, ið fedrar okkara hava gjørt, ikki til brenniofra ella til sláturofra, men til at vera vitni millum tykkara og okkara. Fjart verið tað frá okkum at rísa upp ímóti Harranum ella at víkja burtur frá Harranum í dag við at reisa annað altar til brenniofra, grónofra og sláturofra enn altar Harrans, Guðs várs, ið stendur fyri framman bústaði hans!» Tá ið Pinehas og oddamenn savnaðarins og høvdingar Ísraels túsunda, ið við honum vóru, hoyrdu, hvat ið Rubenitar, Gáditar og Manassitar svaraðu, líkaði tað teimum væl. Og Pinehas, sonur Eleazars prests, mælti við Rubenitar, Gáditar og Manassitar: «Í dag hava vit sannað, at Harrin er okkara millum, við tað at tit ikki eru sekir í hesum trúloysi móti Harranum; nú hava tit bjargað Ísraelsmonnum undan hond Harrans.» Pinehas, sonur Eleazars prests, og høvdingarnir skildust síðan við Rubenitar, Gáditar og Manassitar og snúðust úr Gileadlandi heim aftur í Kánáanland til Ísraelsmenn og fluttu teimum hesi svør aftur. Ísraelsmenn lótu sær hetta væl líka og lovaðu Guði og hugsaðu ikki meira um at fara í hernað móti Rubenitum, Gáditum og Manassitum til at oyða tað land, sum teir búðu í. Og Rubenitar, Gáditar og Manassitar kallaðu altarið Vitni; tí at teir søgdu: «Tað skal verða vitni okkara millum um, at Harrin er Guð.»
Tá ið nú long tíð var umliðin, og Harrin hevði givið Ísrael frið fyri øllum fíggindum teirra har um leið, og Jósva var vorðin gamal og hevði nógv ár á baki, tá stevndi Jósva øllum Ísrael saman og øllum hinum elstu, høvdingum, dómarum og tilsjónarmonnum hans og segði við teir: «Eg eri nú vorðin gamal, og árini eru komin. Tit hava sjálvir sæð, hvat ið Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt við allar hesar tjóðir, sum hann rak undan tykkum; tí at tað var Harrin, Guð tykkara, sum stríddist sjálvur fyri tykkum. Síggið, eg havi latið lutast tykkum hesar tjóðir, ið enn vóru eftir, ættum tykkara til ognar, allar tær tjóðir, sum eg oyddi frá Jórdan, og alt at havinum mikla móti sólarsetri. Harrin, Guð tykkara, man sjálvur reka tær undan tykkum og týna tær fyri tykkum, og tit skulu leggja land teirra undir tykkum, eins og Harrin, Guð tykkara, hevur heitt. Roynist nú hugfastir í at halda og gera alt tað, sum ritað er í lógbók Mósesar, so at tit víkja hvørki til høgru ella vinstru frá henni; og farið ikki í hóslag við nakra av teim tjóðum, ið eftir eru her í landinum hjá tykkum; og gudar teirra mega tit ikki so mikið sum taka upp á tunguna, ikki heldur svørja við gudar teirra og ikki tæna teimum ella tilbiðja teir. Men Harran, Guð tykkara, skulu tit halda fast við, eins og tit hava gjørt fram at hesum degi. Tí hevur Harrin rikið undan tykkum fjølmentar og veldigar tjóðir. Fram at hesum degi hevur eingin verið førur fyri at standast móti tykkum. Ein av tykkum rak burtur túsund; av tí at Harrin, Guð tykkara, sjálvur stríddist fyri tykkum, eins og hann hevði heitt tykkum. Leggið tykkum eina við at elska Harran, Guð tykkara, tí at tað ræður um lív tykkara. Tí at víkja tit frá og ganga í hóslag við eftirstøðurnar av hesum tjóðum, ið enn eru eftir hjá tykkum, og binda mágskap við tær og koma saman við tær og tær við tykkum, tá skulu tit vita, at Harrin, Guð tykkara, ikki meira skal reka hesar tjóðir undan tykkum, og tær skulu verða tykkum at snerru og hjálma og broddar í síðum tykkara og tornir í eygum tykkara til tess at oyða tykkum út úr hesum góða landi, sum Harrin, Guð tykkara, gav tykkum. Sí, eg fari nú somu leið sum alt her á fold; men vita skulu tit og altíð hava í huga og sál, at einki av teim fyriheitum, ið Harrin, Guð tykkara, gav tykkum, hevur svitast; øll eru tey gingin út; einki av teimum hevur svitast. Men eins og alt tað góða, ið Harrin, Guð tykkara, heitti tykkum, er gingið út, soleiðis skal hann eisini lata allar hóttanir sínar verða tykkum fyri til tess at oyða tykkum út úr hesum góða landi, sum hann gav tykkum; bróta tit tann sáttmálan, ið Harrin, Guð tykkara, legði fyri tykkum, og fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir, tá skal bræði Harrans brenna ímóti tykkum og brádliga oyða tykkum úr landinum góða, sum hann gav tykkum.»
Jósva savnaði síðan í Sikem allar ættir Ísraels og stevndi til sín hinum elstu í Ísrael og høvdingum, dómarum og tilsjónarmonnum hans; og teir tóku støðu frammi fyri Guði. Tá mælti Jósva við alt fólkið: «Svá sigur Harrin, Ísraels Guð: Forfedrar tykkara búðu í fyrndini handan ánna, Tára, faðir Ábrahams og Nákors; og teir dýrkaðu aðrar gudar. Tá tók eg Ábraham, ættfaðir tykkara, hinumegin ánna, og leiddi hann um alt Kánáanland og gjørdi kyn hansara fjølment; eg gav honum sonin Ísak. Og Ísaki gav eg Jákup og Esav; og Esavi gav eg Se'irs fjøll til ognar; men Jákup og synir hansara fóru til Egyptalands. Síðan sendi eg Móses og Áron og nívdi Egyptar við teim kraftargerðum, sum eg gjørdi teirra millum; og eftir tað leiddi eg tykkum út haðan. Men tá ið eg leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi, og tit vóru komnir at havinum, hildu Egyptar aftan á fedrar tykkara við vagnum og hestum alt at Reyðahavinum. Tá rópaðu teir til mín um hjálp; og eg setti myrkur millum tykkara og Egypta og hvølvdi havið oman yvir teir, so at tað huldi teir; og tit sóu við egnum eygum, hvussu eg fór við Egyptum. Eftir tað búðu tit langa tíð í oyðimørkini. Síðan leiddi eg tykkum inn í land Ámorita, sum búðu hinumegin Jórdan. Og tá ið teir herjaðu á tykkum, gav eg teir upp í hendur tykkara, so at tit løgdu land teirra undir tykkum; og eg oyddi teir undan tykkum. Tá reis Bálak Zipporsson, kongur av Móab, at berjast við Ísrael og sendi boð eftir Bileami Beorssyni til tess at bølbiðja tykkum. Men eg vildi ikki hoyra Bileam; og hann mátti tvørtur ímóti vælsigna tykkum; soleiðis bjargaði eg tykkum úr hondum hansara. Síðan fóru tit yvir um Jórdan og komu til Jeriko; og íbúgvar Jeriko, Ámoritar, Perezitar, Kánáanitar, Hetitar, Girgasjitar, Hivitar og Jebusitar fóru í bardaga móti tykkum, men eg gav teir upp í hendur tykkara. Eg sendi eiturflugur undan tykkum og rak hinar tólv kongar Ámorita undan tykkum; tað var hvørki við svørði tykkara ella boga. Og eg gav tykkum land, sum tit ikki hava strevast eftir; og tit búgva í borgum, sum tit ikki hava bygt, og njóta ávøkstin av víngørðum og oljutrøum, sum tit ikki hava sett niður. Óttist tí nú Harran og tænið honum av heilum huga í trúfesti og koyrið frá tykkum teir gudar, sum fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin ánna og í Egyptalandi og tænið Harranum. Men líkar tykkum ikki at tæna Harranum, so kjósið í dag, hvørjum tit vilja tæna, gudum teimum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin ánna, ella gudum Ámorita, ið hvørja landi tit nú búgva; men eg og hús mítt vilja tæna Harranum!» Tá svaraði fólkið og segði: «Fjart verði tað okkum at siga burtur Harran til tess at tæna øðrum gudum. Nei, Harrin er Guð okkara, hann, sum leiddi okkum og fedrar okkara úr Egyptalandi, úr trælahúsinum, og sum hevur gjørt øll hesi miklu undur fyri eygum okkara og varðveitt okkum á øllum leiðum okkara gjøgnum tær tjóðir, ið vit máttu um. Harrin rak undan okkum allar hesar tjóðir og Ámoritarnar, sum búðu í landinum; afturfyri vilja vit tæna Harranum, tí at hann er Guð okkara!» Tá segði Jósva við fólkið: «Tað kundi borið á, at tit ikki eru før fyri at tæna Harranum, tí at Guð, hann er heilagur, og vandlátur Guð er hann; hann man ikki fyrigeva misgerðir og syndir tykkara. Siga tit Harran burtur og dýrka fremmandar gudar, tá vil hann aftur leiða ógævu yvir tykkum og beina fyri tykkum, tó at hann áður gjørdi væl ímóti tykkum!» Men fólkið svaraði Jósva: «Nei, Harranum viljum vær tæna!» Tá segði Jósva við fólkið: «Tit eru vitni ímóti tykkum sjálvum um, at tit hava kosið at tæna Harranum; so tveitið nú burtur hinar útlendsku gudar, sum tit hava hjá tykkum, og bendið hjørtu tykkara at Harranum, Ísraels Guði!» Tá svaraði fólkið Jósva: «Harranum, Guði várum, viljum vær tæna og lýða rødd hansara!» Og Jósva gjørdi á tí degi sáttmála við fólkið og setti teimum lóg og rætt í Sikem. Jósva ritaði hesi orð í lógbók Guðs, tók miklan stein og reisti hann har undir eikini í halgidómi Harrans. Og Jósva segði við alt fólkið: «Síggið henda steinin, hann skal verða vitni ímóti okkum, tí at hann hevur hoyrt hvørt orð, sum Harrin hevur talað til okkara; og hann skal vera vitni móti tykkum, til tess at tit ikki avnokta Guð tykkara.» Síðan læt Jósva fólkið fara, hvør aftur á sín arvalut. Nakað eftir hesar tilburðir andaðist Jósva Nunsson, tænari Harrans, eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir jarðaðu hann á arvaluti hansara Timnat-Sera, sum er á Efraims fjøllum fyri norðan Gáasj fjall. Ísrael tænaði Harranum alla ævi Jósva og so leingi, sum hinir elstu livdu eftir hann, teir, sum høvdu sæð alt, sum Harrin hevði gjørt fyri Ísrael. Men bein Jósefs, sum Ísraelsmenn høvdu havt við sær úr Egyptalandi, jarðaðu teir í Sikem á tí jarðarstykki, sum Jákup hevði keypt frá sonum Hámors, ættarfaðir Sikems, fyri hundrað kesitar, og sum hann hevði givið Jósefi í arv. Og Eleazar, sonur Árons, andaðist og varð jarðaður í Gibeu, sum Pinehas, sonur hans, átti, og sum hevði verið givin honum á Efraim fjøllum.
Og eingil Harrans kom frá Gilgal til Betel. Og hann mælti: «Eg leiddi tykkum úr Egyptalandi og førdi tykkum inn í tað landið, sum eg svór fedrum tykkara; og eg segði: Eg skal um allar ævir ikki slíta sáttmála mín við tykkum! Men tit mega ikki gera sáttmála við íbúgvarnar í hesum landi; heldur skulu tit bróta niður altar teirra. Men tit lýddu ikki rødd míni; hví gjørdu tit hetta? Tí sigi eg nú: Eg vil ikki reka teir undan tykkum, men teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!» Tá ið eingil Harrans hevði mælt hesum orðum til allar Ísraelsmenn, skar fólkið í grát. Tí kallaðu teir henda stað Bókim. Síðan bóru teir Harranum fram offur. Eftir hetta læt Jósva fólkið fara frá sær; og Ísraelsmenn snúðust heim aftur hvør á sín arvalut til tess at ogna sær landið. Og fólkið tænti Harranum allar ævidagar Jósva, og so leingi sum hinir elstu vóru á lívi, sum livdu eftir Jósva, og sum høvdu sæð allar tær kraftargerðir, ið Harrin hevði gjørt fyri Ísrael. Og Jósva Nunsson, tænari Harrans, doyði eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir jarðaðu hann í arvaluti hans í Timnat-Heres á Efraims fjøllum fyri norðan Gáasj fjallið. Men tá ið alt tað ættarliðið hevði savnast hjá fedrum sínum, og annað ættarlið var komið í staðin, ið hvørki kendi Harran ella tey verk, sum hann hevði gjørt fyri Ísrael, tá fóru Ísraelsmenn at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans, og tæntu Báalunum. Teir sviku Harran, Guð fedra teirra, sum hevði leitt teir út úr Egyptalandi, og eltu aðrar gudar, gudar, sum grannatjóðirnar høvdu; teimum fullu teir til kníggja og reittu soleiðis Harran. Teir sviku Harran og dýrkaðu Báal og Ástartur. Tá tók bræði Harrans at brenna móti Ísrael; og hann gav teir upp í ránsmanna hendur, ið rændu teir; hann læt teir upp í hendur fígginda teirra, so at teir ikki kundu standast móti fíggindum sínum. Hvar teir so fóru, var hond Harrans móti teimum til ógævu, eins og Harrin hevði sagt og svorið teimum. Soleiðis trongdi hann teir illa. Men tá ið teir rópaðu til Harrans um hjálp vakti hann upp dómarar, ið bjargaðu teimum undan ránsmanna valdi. Heldur ikki dómarum sínum lýddu teir, men drivu hor við øðrum gudum og tilbóðu teir. Brátt viku teir av tí vegi, sum fedrar teirra høvdu gingið í lýdni móti boðorði Harrans; til teirra bregðaðu teir ikki. Men hvørja ferð Harrin vakti teimum upp dómarar, var Harrin við dómaranum og bjargaði teimum undan valdi fígginda teirra, so leingi dómarin var á lívi, tí at Harrin harmaðist um teir, tá ið teir eymkaðu seg undan teimum, ið trongdu og kúgaðu teir. Men so skjótt sum dómarin var deyður, vórðu teir aftur verri enn fedrar teirra til at elta aðrar gudar og dýrka og tilbiðja teir. Teir lættu ikki av illu gerðum sínum og sínum tvørsinta atburði. Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael; og hann segði: «Av tí at hetta fólkið hevur slitið sáttmála mín, sum eg gjørdi við fedrar teirra, og ikki hevur lýtt rødd míni, vil eg ikki longur reka undan teimum nakra av teimum tjóðum, ið Jósva læt vera eftir, tá ið hann andaðist, til tess at eg við teimum kann royna Ísrael, um teir vandaliga vilja ganga leiðir Harrans eins og fedrar teirra, ella ikki.» Soleiðis læt Harrin hesar tjóðir verða búgvandi í friði og rak tær ikki burtur brádliga og gav tær ikki upp í hendur Jósva.
Hesar vóru tær tjóðir, ið Harrin læt vera eftir í friði til tess at royna Ísrael við teimum, allar teir Ísraelsmenn, ið einki vistu um bardagan um Kánáanland, einans til tess at kenna komandi ættarliðum í Ísrael hernað, teimum ið áður ikki høvdu roynt seg í bardaga: Fimm høvdingar Filista, allar Kánáanitar og Zidonitar og Hetitar, sum búðu á Libanons fjøllum frá fjallinum Báal-Hermon og alt at Hámat. Hesir vóru eftir, til tess at Ísrael skuldi roynast við teimum, so tað kundi síggjast, hvørt teir vildu varðveita tey boðorð, ið Harrin hevði álagt fedrum teirra við Mósesi. Soleiðis búðu Ísraelsmenn mitt ímillum Kánáanita, Hetita, Ámorita, Perezita, Hivita og Jebusita. Teir tóku sær døtur teirra til konur og giftu sonum teirra døtur sínar, og teir dýrkaðu gudar teirra. Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans, og gloymdu Harran, Guð sín; og teir dýrkaðu Báalar og Ásjerur. Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael, og hann læt Kúsjan-Risjeatáim, kongin av Áram-Náharáim, fáa vald yvir teimum; og Ísraelsmenn tæntu Kúsjan-Risjeatáim í átta ár. Tá rópaðu teir til Harrans um hjálp; og Harrin vakti Ísraelsmonnum bjargara, ið hjálpti teimum: Otniel Kenazson, yngra bróður Kálebs. Andi Harrans kom yvir hann, og hann varð dómari í Ísrael; hann fór út í hernað, og Harrin gav Kúsjan-Risjeatáim, kongin av Áram, upp í hendur hansara, so at hann fekk vald á honum. Síðan var friður í landinum í fjøruti ár; tá andaðist Otniel Kenazson. Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin Egloni, kongi av Móab, vald yvir Ísrael, av tí at teir gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans. Hann savnaði til sín Ammonitar og Ámalekitar og legði út og vann sigur av Ísrael. Og Pálmaborgina løgdu teir undir seg. Ísraelsmenn tæntu nú Egloni kongi av Móab í átjan ár. Men tá ið Ísraelsmenn rópaðu til Harrans um hjálp, vakti Harrin teimum bjargara, Ehud, son Gera Benjaminita. Men hann var lámur. Eina ferð sendu Ísraelsmenn hann við skatti til Eglons kongs av Móab. Tá gjørdi Ehud sær tvíeggjað svørð, eina gomed langt, og bant sær tað við høgru lið innan undir skikkjuni. Síðan flutti hann Egloni, kongi av Móab, skattin; men Eglon var ovurtjúkkur maður. Og tá ið hann var liðugur at fáa honum skattin, fylgdi hann monnunum, ið borið høvdu skattin, aftur á veg. Men sjálvur vendi hann aftur við Pesilim við Gilgal og kom og segði: «Kongur, eg havi loyndarmál at siga tær.» Men hann bað hann tiga, til allir, ið hjá honum stóðu, vóru útfarnir. Tá gekk Ehud til hansara har, ið hann sat einsamallur í sínum svalliga taksali. Og Ehud mælti: «Eg havi boð frá Guði til tín.» Tá brá hann sær upp úr sæti. Men Ehud rætti út vinstru hond sína, tók svørðið frá høgru lið og rendi tað í kvið hansara, so at hjøltini fóru undir við, og ístrið fjaldi blaðið; tí at ikki dró hann svørðið úr aftur kviði hansara, og skarn hans fór av honum; síðan gekk Ehud út á takið og út gjøgnum súlnagangin, læt hurðarnar á taksalinum aftur eftir sær og setti loku fyri. Síðan helt hann avstað. Og tá ið tænarar kongsins komu og sóu hurðarnar á taksalinum lokaðar, hugsaðu teir, at kongurin huldi føtur sínar í tí svalliga herberginum. Teir bíðaðu nú, til teimum leiddist við. Og tá ið hurðarnar á taksalinum enn ikki vórðu upplatnar, tóku teir lykilin og lótu upp; og sí, har lá harri teirra deyður á gólvinum. Men meðan teir stóðu og bíndu, komst Ehud undan. Hann fór yvirum til Pesilim og komst soleiðis undan til Se'ira. Og tá ið hann var afturkomin, læt hann blása lúður um Efraims fjøll; tá hildu Ísraelsmenn oman av fjøllunum við honum á odda. Og hann mælti við teir: «Fylgið mær, tí at Harrin hevur givið fíggindar tykkara, Móabitarnar, upp í hendur tykkara!» Tá fylgdu teir honum oman; og teir tóku vaðini í Jórdan frá Móabitum og lótu ongan sleppa yvirum. Og teir feldu ta ferðina av Móabitum einar tíggju túsund mans, ið allir vóru reystir og vandir til víggja; eingin komst undan. Soleiðis máttu Móabitar lúta undir valdi Ísraels. Friður var nú í landinum í áttati ár. Aftan á hann kom Sjamgar Ánatsson; hann feldi av Filistum seks hundrað mans við neytapíkstavi. Soleiðis frelsti eisini hann Ísrael.
Eftir andlát Ehuds hildu Ísraelsmenn áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans. Tí gav Harrin teir upp í hendur Jábins Kánáanita, ið sat sum kongur í Házor; herhøvdingi hansara æt Sisera, sum búði í Hárosjet-Haggojim. Tá rópaðu Ísraelsmenn til Harrans um hjálp, tí at Jábin hevði níggju hundrað jarnvagnar og trongdi Ísraelsmenn illa í tjúgu ár. Um tað mundið var profetkona dómari í Ísrael, Debora nevnd at navni. Maður hennar æt Lappidot. Hon sat undir Deborupálmanum millum Ráma og Betel á Efraims fjøllum. Til hennara komu Ísraelsmenn við rættarmálum. Hon sendi tá boð eftir Báraki Ábinoamssyni úr Kedesj í Naftali og segði við hann: «Vissuliga býður Harrin, Ísraels Guð, svá: Halt avstað og far til Táborfjals og tak við tær tíggju túsund mans av Naftali og Zebulon, tá skal eg leiða Sisera, herhøvdinga Jábins, við vagnum og herliði til tín at Kisjon-ánni og geva hann upp í hendur tínar!» Bárak svaraði henni: «Kemur tú við mær, skal eg fara; men kemur tú ikki við mær, fari eg ikki!» Tá segði hon: «Eg skal koma við tær; men tá fært tú onga frægd av hesi ferð tíni, av tí at Harrin tá letur konu bera sigur av Sisera!» Tá reis hon og fór við Báraki til Kedesj. Bárak stevndi tá Naftali og Zebulon saman í Kedesj, og tíggju túsund mans fylgdu honum; eisini Debora fór við honum. Men Heber Keniti hevði skilst við hinar Kenitarnar, synir Hóbabs, verfaðirs Mósesar, og hevði sett upp tjaldbúðir sínar alt at eikini í Záanannim við Kedesj. Tá ið Sisera frætti, at Bárak Ábinoamsson var farin niðan á Táborfjall, beyð hann út øllum sínum níggju hundrað jarnvagnum og øllum heri sínum úr Hárosjet-Haggojim til Kisjon ánna. Tá segði Debora við Bárak: «Far nú á føtur; tí at nú er tann stundin komin, tá ið Harrin gevur Sisera upp í hendur tínar; vissuliga gongur Harrin undan tær!» Tá fór Bárak oman av Tábor fjalli, fylgdur av tíggju túsund monnum. Og Harrin loypti ekka á Sisera, á allar vagnar og á allan her hans, so at Bárak bar sigur av teimum. Sisera leyp niður av vagninum og helt til gongu. Men Bárak elti vagnar og herin alt at Hárosjet-Haggojim. Allur herur Sisera fell fyri svørði; eingin maður komst undan. Men Sisera var flýddur á føti ímóti tjaldi Jaelar, konu Hebers Kenita; tí at friður var millum Jábins kongs í Házor og ættarmanna Hebers Kenita. Jael fór tá út ímóti Sisera og segði við hann: «Kom inn til mín, harri, kom inn til mín; ver tú ekkaleysur!» Hann fór tá inn í tjaldið til hennara; og hon breiddi áklæði yvir hann. Hann segði við hana: «Gev mær ein vatnsopa at drekka, tí eg eri tystur!» Hon opnaði tá mjólkarkíkin og gav honum at drekka og breiddi síðan aftur yvir hann. Síðan segði hann við hana: «Far og statt í tjalddurunum; og kemur einhvør og spyr teg, um nakar er her, tá svara: Nei!» Men Jael, kona Hebers, tók tjaldhæl og hamara í hond og fór ljódliga inn til hansara; og hon sló hælin gjøgnum tunnvanga hansara og negldi hann fastan í jørðina; men hann lá í fasta svøvni, tí at hann var móður; hetta varð bani hans. Bárak, sum elti Sisera, kom í sama bili har framvið. Tá fór Jael út móti honum og segði við hann: «Kom higar, so skal eg vísa tær mannin, sum tú leitar eftir!» Hann fór tá inn til hennara; og sí, har lá Sisera deyður við hælinum gjøgnum tunnvangan. Soleiðis læt Harrin á tí degi Jábin, Kánáans kong, lúta fyri Ísraelsmonnum. Og hond Ísraelsmanna legðist í hvørjum tyngri og tyngri á Jábin, Kánáans kong, til teir at endanum fingu beint fyri honum.
Ta ferðina sungu Debora og Bárak Ábinoamsson hetta ljóð: Fram gingu høvdingar í Ísrael, fólkið kom av sær sjálvum – lovið Harranum! Hoyrið, tit kongar, gevið ljóð, tit høvdingar! Eg skal syngja, syngja fyri Harranum, lovsyngja Harranum, Ísraels Guði! Harri, tá ið tú legði út frá Se'ir og tokaði fram frá Edóms vøllum, tá nøtraði foldin, og himnarnir drupu, og skýggini lótu vatnið streyma niður. Fjøllini skulvu fyri ásjón Harrans, fyri ásjón Harrans, Ísraels Guði. Á døgum Sjamgars Ánatssonar, á døgum Jaelar lógu ferðaleiðir í oyði, ferðamenn reikaðu um á skákvegum. Í Ísrael lógu bygdirnar mannoyddar, til eg, Debora, steig fram, steig fram eins og móðir í Ísrael. Ofrini til Guðs vóru steðgað, byggbreyðið tók at tróta. Skildir sóust eingir, ei heldur spjót hjá Ísraels fjøruti túsundum. Hjarta mítt titrar vegna høvdinga Ísraels, vegna fólksins, ið sjálvboðið kom; hálovið Harranum! Tit, ið ríða á ljósum øsnum, tit, ið hvíla á høgindi, og tit, ið ferðast um vegir, syngið lov! Hoyrið genturnar syngja við lækjurnar! Eisini har verða rættlætisverk Harrans havd á máli, rættlætisverk hans móti Ísraels bygdum. Tá fór fólk Harrans oman at borgarliðunum. Vakna, vakna Debora, vakna, vakna, kvøð títt kvæði! Rís upp Bárak, tú Ábinoams sonur, og leið burtur fangar tínar. Tá hildu Ísraelsmenn oman eins og hetjur. Fólk Harrans tokaði fram eins og reystir kappar. Úr Efraim fóru teir oman í dalin. Benjamin, bróðir tín, var við fólki tínum. Frá Mákir komu høvdingar oman, frá Zebulon komu teir, ið bóru høvdingastav. Høvdingar Issakars fylgdu Deboru, Naftali var við Báraki; aftan á hann hildu teir oman á slættan. Men við Rubens løkir vóru miklar ivingar. Hví vart tú sitandi við seyðabyrgini og lýddi á ljóðpípur hirðanna? Ja, við Rubens løkir vóru miklar ivingar. Gilead helt seg kvirran handan Jórdan, og Dán – hví dvaldi hann við skipini? Ásjer varð sitandi við sævarstrond, veik ikki úr víkum sínum. Men Zebulon var fólk, sum vágaði lívið eins og Naftali á hvørjum vígvøllum. Kongar hildu í orrustu; tá stríddust Kánáankongar í Táanak við Megiddo vøtn; loysigjaldið tóku teir ikki við. Av himni stríddust stjørnurnar, frá sínum høgu gøtum stríddust tær móti Sisera. Kisjon áin skolaði teir burtur, Kisjon hin fyrndargamli løkur; stíg fram, sál mín, við veldi! Tá tokaðu hetjur fram, so hógvar hestanna dundu. «Biðið ilt yvir Meroz!» segði eingil Harrans – «Biðið ilt yvir íbúgvar hennara; tí at teir komu ikki Harranum til hjálpar, Harranum til hjálpar hetjanna millum!» Men fram um konur skal Jael verða signað, kona Hebers Kenita, fram um konur í tjøldum verði hon signað! Hann bað um vatn, hon gav honum mjólk, í dýrdarskál setti hon róma fyri hann. Hon treiv um hælin, tók sleggjuna í høgru hond, legði til Sisera, morlaði høvur hans, smildraði og gjøgnumgataði tunnvanga hans. Hann seig niður fyri fótum hennara, fell og varð liggjandi; har ið hann seig niður, har lá hann vigin. Út um gluggan hugdi móðir Sisera, rópaði út um grindina: «Hví drálar vagnur hans? Hvat forðar ferð hervagna hans?» Tá svarar hin vitrasta av frúum hennara; og sama svar hon gevur sær sjálv: «Ivaleyst hava teir tikið herfong og skifta hann nú sundur; eitt fljóð ella bæði tvey til mans; herfong av marglittum klæði til Sisera, herfong av skreytvovnum klæði – eitt ella tvey – til háls drotningarinnar!» Harri, soleiðis skulu farast allir fíggindar tínir; men teir, ið elska teg, skulu vera eins og sólin, tá ið hon rísur við veldi! Var nú friður í landinum í fjøruti ár.
Men Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Midianita í sjey ár. Og Midian fekk tílíkt vald á Ísrael, at Ísraelsmenn máttu hølast í holum og hellum uppi í fjøllum og homrum at krógva seg í fyri Midianitum. Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, fóru Midianitar, Ámalekitar og eysturbúgvar at herja á teir. Og teir settu upp herbúðir sínar ímóti teimum og oyddu gróður landsins alla leiðina alt at Gaza og lótu einki vera eftir til matna í Ísrael, hvørki seyð ella neyt ella asnar. Tí at teir komu hagar við fenað og tjøldum fjølmangir sum ongsprettur, hvørki fekst tal á teimum ella á kamelum teirra. Og teir hildu inn í landið til tess at oyða tað. Tá var Ísrael illa farin av Midians atvoldum; og Ísraelsmenn rópaðu til Harrans um hjálp. Men tá ið Ísraelsmenn rópaðu til Harrans um hjálp móti Midian, sendi hann teimum profet, ið segði við teir: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg førdi tykkum úr Egyptalandi og leiddi tykkum út úr trælahúsinum, og frelsti tykkum úr hondum Egypta og úr hondum alra teirra, ið trongdu tykkum; eg rak teir undan tykkum og gav tykkum land teirra. Og eg segði við tykkum: Eg eri Harrin, Guð tykkara, óttist ikki gudar Ámorita, í hvørja landi tit búgva! Men tit lýddu ikki rødd míni.» Tá kom eingil Harrans og settist undir eikini í Ofra, ið Jóasj Ábiezriti átti; Gideon sonur hansara fekst tá við at treskja hveiti í vínkulluni fyri at bjarga tí undan Midianitum. Eingil Harrans birtist tá fyri honum og segði við hann: «Reysti kappi, Harrin er við tær!» Men Gideon segði við hann: «Á, harri mín! Er Harrin við okkum? Hví er tá alt hetta komið oman yvir okkum? Hvar eru nú øll tey undurverk, ið fedrar okkara greiddu okkum frá og søgdu: Ja, Harrin hevur leitt okkum út úr Egyptalandi! Men nú hevur jú Harrin rikið okkum frá sær og givið okkum undir Midians vald!» Tá snúðist Harrin at honum og segði: «Far avstað í hesi styrki tíni; tú skalt bjarga Ísrael undan valdi Midians; tað eri eg, sum sendi teg!» Men hann svaraði honum: «Á, Harri mín, hvussu skal eg frelsa Ísrael? Ættarkyn mítt er hitt vesæligasta í Manasse, og eg yngstur í okkara húsi!» Harrin svaraði honum: «Jú, eg skal koma við tær; tú skalt jarðleggja Midianitar allar samlar!» Tá segði hann við hann: «Um eg havi funnið náði í eygum tínum, tá gev mær tekin, sum prógvar, at tað ert tú, ið talar við meg. Far ikki hiðan, fyrr enn eg eri komin aftur til tín við gávu míni og havi sett hana fyri teg!» Hann svaraði: «Eg skal bíða her, til tú kemur aftur.» Tá fór Gideon og tilreiddi geitarlamb og bakaði ósúrgaðar køkur úr einari efu av mjøli, legði kjøtið upp í tægu og læt súpanina upp í krukku og bar tað til hansara út undir eikina. Tá ið hann kom út hagar, segði eingil Harrans við hann: «Tak kjøtið og tær ósúrgaðu køkurnar; legg tað á klettin har og stoyt súpanina út yvir tað.» Hann so gjørdi. Eingil Harrans rætti tá út endan á stavinum, sum hann hevði í hondini, og nart við kjøtið og køkurnar; tá støkk eldur upp úr klettinum og tærdi kjøtið og køkurnar. Og eingil Harrans hvarv úr eygsjón hans. Tá sá Gideon, at tað var eingil Harrans. Og Gideon mælti: «Á, vei mær Harri, drottin mín, tí at eg havi sæð eingil Harrans andlit til andlits!» Men Harrin segði við hann: «Friður veri við tær; óttast ikki; tú skalt ikki doyggja!» Tá bygdi Gideon Harranum altar har; og hann nevndi tað «Harrin er friður». Tað stendur enn í dag í Ofra Ábiezritanna. Hesa somu nátt segði Harrin við hann: «Tak tær tíggju av trælum tínum og ein sjeyveturtarv; brót niður Báalaltar faðirs tíns og høgg sundur Ásjerustólpan, ið hjá tí stendur; reis síðan av steinunum Harranum, Guði tínum, altar ovast á hesum kletti; og tak tarvin og brenn hann sum brennioffur við viðinum av tí sundurhøgda Ásjerustólpanum!» Gideon tók tá tíggju av trælum sínum og gjørdi, eins og Harrin hevði boðið honum; men av tí at hann ikki tordi at gera hetta á degi av ótta fyri húsfólki og bygdarmonnum sínum, gjørdi hann tað á nátt. Morgunin eftir fóru bygdarmenninir tíðliga upp; og tá ið teir sóu Báalaltarið niðurbrotið og Ásjerustólpan sundurhøgdan og tarvin ofraðan á tí nýreista altari, søgdu teir hvør við annan: «Hvør man hava gjørt hetta?» Teir fóru tá at rannsaka og kanna eftir, og teir søgdu: «Gideon, sonur Jóasjar, má hava gjørt hetta!» Tá søgdu bygdarmenninir við Jóasj: «Kom higar við syni tínum! Hann skal láta lív, tí at hann hevur brotið niður Báalaltarið og høgt sundur Ásjerustólpan, ið hjá tí stóð!» Men Jóasj segði við allar, ið hjá honum stóðu: «Ætla tit at flyta mál Báals ella at hjálpa honum? Hvør tann, ið flytur mál hans, skal týna lívið, áður enn sól rísur í morgin! Er hann Guð, tá hevni hann seg sjálvur inn á hann, fyri at hann breyt altar hans niður!» Frá tí degi varð hann nevndur Jerubbáal av hesum orðafelli: «Lat Báal flyta mál ímóti honum, fyri at hann hevur brotið altar hansara niður!» Nú savnaðust saman allir Midianitar, Ámalekitar og eysturbúgvar, fóru yvirum og settu upp herbúðir sínar á Jizreelslættanum. Tá læt andi Harrans seg í Gideon, og hann blásti í lúðurin; og Ábiezritar fylktu seg um hann. Síðan sendi hann ørindrekar um allan Manasse, og eisini teir savnaðust saman at fylgja honum; somuleiðis sendi hann ørindrekar um Ásjer, Zebulon og Naftali, og eisini teir fóru við ímóti fíggindanum. Tá segði Gideon við Guð: «Ætlar tú at frelsa Ísrael við míni hond, eins og tú hevur sagt, sí, tá leggi eg seyðaskinn út á treskivøllin: Fellur tá einans døgg á skinnið, meðan allur vøllurin verður verandi turrur, tá veit eg, at tú vilt frelsa Ísrael við míni hond, eins og tú hevur sagt.» Og so varð. Tá ið hann snimma morgunin eftir fór upp og vant skinnið, kroysti hann døggina burtur úr tí, fulla skál av vatni. Og Gideon segði við Harran: «Lat nú ikki vreiði tína tendrast móti mær, tá ið eg aftur tali til tín og biði teg um loyvi bert einaferð enn at royna við skinninum! Lat nú eina skinnið verða turt, meðan allur vøllurin verður vátur av døgg.» Og soleiðis gjørdi Guð á teirri somu nátt: Eina skinnið var turt, meðan vøllurin var vátur av døgg.
Morgunin eftir snimma legði Jerubbáal – tað er Gideon – avstað og alt herliðið, sum við honum var; og teir settu upp herbúðir sínar við Hárodlindina, meðan herbúðir Midianita vóru longur yviri á slættanum fyri norðan Móreheyggin. Tá segði Harrin við Gideon: «Tú hevur ovmikið herlið við tær, til at eg kann geva Midian upp í hendur teirra. Ísrael kundi so statt farið at bretta sær upp móti mær og siga: «Við egnari megi havi eg bjargað mær.» Ber nú herliðinum hesi boð: Hvør tann, ið ræddur er og óttafullur, skal fara heim aftur!» Av herliðinum fóru tá tjúgu og tvey túsund mans heim aftur, meðan tíggju túsund vórðu eftir. Men Harrin segði við Gideon: «Tú hevur enn ov mikið herlið; leið teir oman at vatninum, har skal eg skilja burturúr fyri teg; og tann, sum eg tá biði teg hava við, hann skal fara við tær; men tann, sum eg biði teg ikki hava við, hann skal ikki fara við tær!» Tá ið hann hevði leitt herliðið oman at vatninum, segði Harrin við Gideon: «Allar teir, ið leppa við tunguni av vatninum, eins og hundar gera, skalt tú skipa fyri seg, somuleiðis teir, ið leggja seg á knæ at drekka.» Og talið á teimum, ið leptu, var trý hundrað; allir hinir løgdu seg á knæ at drekka vatn við at taka tað við hondini upp í munnin. Tá segði Harrin við Gideon: «Við hesum trý hundrað, ið leptu, skal eg frelsa tykkum og geva Midianitar upp í hendur tykkara; men allir hinir skulu fara heim aftur til sín sjálvs.» Síðan tók hann frá fólkinum krukkur og lúðrar teirra og sendi allar Ísraelsmenn heim aftur til sín sjálvs; men hinar trý hundrað helt hann eftir hjá sær. Og herbúðir Midianita vóru niðri á slættanum. Hina somu nátt segði Harrin við hann: «Far á føtur og halt oman í herbúðir teirra, tí at eg havi givið teir upp í hendur tínar. Men ert tú ræddur at fara oman hagar, tá tak Pura, svein tín, við tær oman í herbúðirnar, og lurta eftir, hvat teir siga har; tú manst tá fáa dirvi til at herja á herbúðirnar.» Hann fór tá saman við Pura, sveini sínum, oman at ytstu hermonnum í herbúðunum. Men Midianitar, Ámalekitar og allir eysturbúgvar hølaðust har á slættanum fjølmangir eins og ongsprettur, og á kamelum fekst ikki tal; teir vóru sum sandur við sævarflóð. Tá ið Gideon kom hagar, segði einhvør maður felaga sínum frá dreymi við hesum orðum: «Sí, meg droymdi dreym og tóktist mær, at byggbreyðskøka kom bóltandi oman móti herbúðum Midianita. Hon kom oman at tjaldinum og rendi á tað, og hon kollvelti tí.» Tá svaraði hin: «Hetta merkir ikki annað enn svørð Gideons Jóasjsonar Ísraelita; Guð hevur givið Midian og allar herbúðirnar upp í hendur hans.» Tá ið Gideon hevði hoyrt dreymin og ráðan hans, lútaði hann í bøn; síðan snúðist hann aftur í herbúðir Ísraelsmanna og mælti: «Farið á føtur, tí at nú hevur Harrin givið herbúðir Midians upp í hendur tykkara!» Síðan skipaði hann hinar trý hundrað menninar í tríggjar flokkar og gav teimum øllum lúðrar í hond og tómar krukkur við kyndlum innaní. Og hann segði við teir: «Lítið at mær og gerið sum eg! Fyrsta eg komi at útjaðara herbúðanna, skulu tit gera sum eg! Tá ið eg blási í lúðurin og allir, sum við mær eru, tá skulu eisini tit blása í lúðrarnar kring um allar herbúðirnar og rópa: Fyri Harran og fyri Gideon!» Tá ið nú Gideon og hinir hundrað menninir, ið við honum vóru, komu oman at útjaðara herbúðanna í byrjan av miðjari náttarvøku, beint sum varðhald vóru uppsett, tóku teir at blása í lúðrarnar og brutu krukkurnar sundur, sum teir høvdu í hondunum. Samstundis tóku nú allir tríggir flokkarnir á at blása í lúðrarnar og brutu krukkurnar sundur, høvdu kyndilin í vinstru hond og lúðurin í høgru til at blása í; og teir rópaðu: Svørð Harrans og Gideons! Stóðu teir tá kvirrir kring um herbúðirnar, hvør á sínum staði. Tá varð í herbúðunum mikil gangur; herfólkið skar í róp og flýddi. Tá ið hinir trý hundrað blástu í lúðrarnar, læt Harrin teir bregða svørðunum hvør móti øðrum um allar herbúðirnar; og teir flýddu til Bet-Sjitta, yvir móti Zerera, at áarbakkanum við Ábel-Mehóla áraka Tabbat. Nú vórðu Ísraelsmenn úr Naftali, Ásjer og øllum Manasse samankallaðir, og teir hildu aftan á Midianitar. Og Gideon læt hesi boð berast um alt Efraims fjallaland: «Haldið oman ímóti Midianitum og forðið teimum ferðina yvir um Jórdan alt at Bet-Bára!» Tá savnaðust allir Efraimitar og hersettu Jórdan alt at Bet-Bára. Og teir tóku Óreb og Zeeb, báðar høvdingar Midianita á hondum; Óreb drópu teir við Órebs klett, men Zeeb drópu teir við Zeebs vínfarg. Síðan hildu teir aftan á Midianitar. Men høvdini av Órebi og Zeebi fluttu teir Gideoni handan Jórdan.
Tá søgdu Efraimitar við hann: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt ímóti okkum, ikki at stevna okkum saman, tá ið tú fórt í hernað ímóti Midianitum!» Og teir høvdu harðliga at honum. Men hann segði við teir: «Hvat havi eg útint aftur ímóti tykkum? Er ikki Efraims eftirtíningur betri enn Ábiezers vínberjainnbering? Í tykkara hendur gav Guð høvdingar Midians, Óreb og Zeeb, hvat kann eg gera í samanburði við tykkum?» Tá ið hann segði hetta, blíðkaðust teir aftur við hann. Gideon kom nú at Jórdan og fór yvirum við teim trý hundrað monnum, ið við honum vóru; men teir vóru útmøddir og svangir. Hann segði tá við Sukkotbúgvar: «Gevið monnum mínum eitt sindur til matna; tí at teir eru útlúgvaðir, av tí at eg elti teir: Zeba og Zalmunna, Midians kongar.» Men høvdingarnir í Sukkot svaraðu: «Hevur tú nú fingið Zeba og Zalmunna soleiðis undir títt vald, at vit mega geva heri tínum mat?» Tá mælti Gideon: «Íðan so, so skal eg, tá ið Harrin gevur Zeba og Zalmunna upp í hendur mínar, treskja hold tykkara við oyðimarkartornum og tistlum!» Haðan fór hann niðan til Penuel og mælti á sama hátt við Penuelbúgvar; men tá ið teir svaraðu honum tað sama sum Sukkotbúgvar, segði hann við teir: «Tá ið eg komi aftur í øllum góðum, skal eg bróta niður varnarvirkið her.» Men Zeba og Zalmunna vóru í Karkor saman við herliðum sínum, okkurt um fimtan túsund mans, allir teir, ið eftir vóru av øllum heri eysturbúgva, meðan eitt hundrað og tjúgu túsund mans vóru falnir, allir førir til víggja. Gideon fór nú tjaldbúgvaleiðina fyri eystan Nóba og Jogbeha og ráddist á herin, ið einki ilt vardi. Zeba og Zalmunna flýddu, men hann helt aftan á teir og tók á hondum báðar kongar Midians Zeba og Zalmunna og loypti ekka á allan herin. Tá ið Gideon Jóasjson kom aftur úr orrustuni úr Heresstíggjum, fekk hann fatur á ungan mann úr Sukkot og bað hann skriva sær upp nøvnini á høvdingunum og hinum elstu í Sukkot, sjeyti og sjey mans. Og tá ið hann kom aftur til Sukkotmanna, segði hann við teir: «Her hava tit Zeba og Zalmunna, sum tit háðaðu meg við og søgdu: Hevur tú longu fingið so fastatøkur á Zeba og Zalmunna, at vit skulu geva útlúgvaðu monnum tínum mat?» Síðan tók hann hinar elstu í borgini og tistlar oyðimarkarinnar og tornir og treskti íbúgvar Sukkots við teimum. Hann breyt niður varnarvirkið í Penuel og drap borgarbúgvarnar. Síðan segði hann við Zeba og Zalmunna: «Hvussu vóru teir menn, ið tit drópu við Tábor?» Teir svaraðu: «Teir líktust tær, vóru allir meinlíkir kongasonum til útsjóndar.» Tá mælti hann: «Tað hava verið brøður mínir, synir móður mínar. So satt sum Harrin livir, høvdu tit givið teimum grið, so skuldi eg ikki dripið tykkum!» Síðan segði hann við Jeter, frumgitna son sín: «Far og drep teir!» Men sveinurin tordi ikki at bregða svørðinum, av tí at hann enn var so ungur. Tá søgdu Zeba og Zalmunna við hann: «Kom tú sjálvur og legg til okkara, tí at sum maðurin er, svá er styrki hans!» Tá fór Gideon og drap Zeba og Zalmunna; og hann tók hálvmánarnar, sum kamelar teirra høvdu um hálsin. Tá søgdu Ísraelsmenn við Gideon: «Valda tú okkum, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín, tí at tú hevur frelst okkum undan valdi Midians.» Men Gideon svaraði teimum: «Hvørki skal eg ella sonur mín valda tykkum, men Harrin skal valda tykkum!» Tá segði Gideon við teir: «Hetta vil eg biðja tykkum um: Flýggið mær teir ringar, sum hvør tykkara hevur í herfongi sínum.» Tí at hinir bóru ringar av gulli, av tí at teir vóru Ísmaelitar. Tá søgdu teir: «Fegnir vilja vit geva tær teir.» Hann breiddi tá skikkjuna út; og hvør teirra kastaði har á teir ringar, sum hann hevði í herfongi sínum. Og tyngdin av gullringunum, sum hann hevði biðið um, var eitt túsund og sjey hundrað siklar í gulli umframt hálvmánarnar og perlurnar og purpurklæðini, sum kongar Midians bóru, og umframt festini, sum kamelarnir høvdu um hálsin. Gideon gjørdi úr hesum akulmynd og setti hana upp í bygd síni Ofra; og allir Ísraelsmenn dýrkaðu hana sum hjágud; hetta varð ein snerra fyri Gideon og hús hans. Soleiðis máttu Midianitar lúta fyri Ísraelsmonnum og hevjaðu ikki høvur aftur; og landið hevði frið í fjøruti ár, meðan Gideon var á lívi. Síðan fór Jerubbáal Jóasjson heim og búði í húsi sínum. Gideon átti sjeyti synir, ið gingnir vóru út av lendum hans, tí at hann hevði nógvar konur. Ein hjákonan, sum hann hevði í Sikem, føddi honum son, sum hann nevndi Ábimelek. Gideon Jóasjson doyði í góðari elli og varð jarðaður í grøvini hjá faðir sínum Jóasj Ábiezrita í Ofra. Men tá ið Gideon var deyður, tóku Ísraelsmenn aftur at dríva hor við Báalunum og gjørdu sær Báal-Berit til gud. Ísraelsmenn høvdu ikki Harran, Guð sín, í huga, hann, sum hevði bjargað teimum úr hondum alra fígginda teirra kring um teir. Og teir sýndu onga góðvild móti húsi Jerubbáals, Gideons, hóast alt tað góða, sum hann hevði gjørt Ísrael.