text
stringlengths
1
888k
Varðmaður, bregð lúðurin á munn og lat hann gella yvir Harrans húsi; tí at sáttmála mín hava tey slitið og verið ótrúgv móti míni lóg. Tey rópa til mín: «Guð mín! Vit Ísraelsmenn kenna teg!» Men Ísrael hevur havnað tí góða, lat nú fíggindan elta hann! Tey kjósa sær kong, sum ikki er frá mær, høvdingar, uttan at eg veit av. Av silvuri sínum og gulli tey gjørdu sær gudamyndir sjálvum sær til bana. Andstyggiligur er kálvur tín, Sámária! Bræði mín brennur móti teimum; nær fara tey at sleppa undan revsing? Tí at hann er úr Ísrael; listamaður hevur hann smíðað; hann er ikki Guð, tí skal kálvur Sámáriu fara í spønir. Tí at vind hava tey sáað, og storm skulu tey heysta, sáð, sum ikki sprettur og ikki búnast; og um tað búnast, høvdu fremmandir farið við tí. Ísrael er gloyptur; hann er nú tjóðanna millum eins og ker, ið eingin skoytir um. Tí sum einsamallur reikandi villasni fóru tey til Assurs, ástargávur góvu tey Egyptalandi. Men lat tey gera keypslag við gávum. Eg skal tá savna tey til dóms, so at tey um bil skulu hvørki salva sær kong ella høvdinga aftur. Ja, Efraim reisti mong altar, men tey vórðu honum til syndar. Eg skrivaði honum mangar lógir, men tær vóru honum eins og lógir hinna fremmandu. Tey elska offur, tey slátra og eta, men Harrin hevur ongan tokka í teimum; nú minnist hann misgerðir teirra og revsar teirra syndir; tey skulu aftur til Egyptalands. Ísrael gloymdi skapara sín og reisti sær halgidómar, og Júda bygdi mangar víggirdar borgir; men eg seti eld á borgir hans, og hann skal brenna upp skreythallir hans.
Gleð teg ikki, Ísrael, fegnast ikki sum tjóðirnar; tí at horlevnað títt tøldi teg burtur frá Guði, á hvørjum treskivølli elskar tú skøkjuløn. Men treskivøllur og vínfarg skulu ikki kennast við tey; vínberjaløgurin skal svitast teimum. Og tey skulu ikki verða búgvandi í Harrans landi; til Egyptalands má Efraim aftur; tey skulu eta Assurs óreina mat. Ikki skulu tey úthella Harranum vín, ikki tilreiða sláturoffur; eins og sorgarbreyð skal matur teirra verða; hvør, ið etur av honum, verður óreinur; breyð teirra kann stilla svongdina, men er ónýtt í húsi Harrans. Hvat vilja tit gera á veitsludegnum, á hátíðardegi Harrans? Sleppa tey undan oyðing, skal Egyptaland tey savna saman, og Memfis veita teimum leggstað; teirra silvurgripir skulu tistlunum ognast, og tornir skulu vaksa í tjøldum teirra. Koma skal revsingar dagur, endurgjaldsins dagur, tað skal Ísrael fáa at kenna. Profeturin er ein fívil, og andans maður í óðum verkum gongur – av tí at misgerð tín er mikil og fíggindskapur tín er sterkur. Í Guðs síns húsi liggur Efraim á loynum eftir profetinum; á øllum vegum hans eru snerrur; veiðigrøvina gera teir djúpa sum Gibeu í forðum. Men hann skal minnast misgerðir teirra og revsa teirra syndir. Sum vínber í oyðimørkini fann eg Ísrael, sum óstaðin aldin á fikutræi sá eg fedrar tykkara; tá komu teir til Báal-Peor, vígdu seg skrímslinum og gjørdust andstyggiligir eins og alskarar teirra. Sum farandi fuglur er kraft teirra horvin, so at tey hvørki kunnu føða, barnast ella gita; og um tey ala upp børn, skulu tey kortini barnleys doyggja! Ja, vei teimum, tá ið eg frá teimum víki. Efraim sá eg veiða sínar egnu døtur, sjálvur leiða synir sínar út at verða dripnir. Gev teimum, Harri – ja, hvat skalt tú geva? Gev teimum óburin móðurlív og mjólkarleys bróst. Í Gilgal kom øll teirra vándska í ljósmála, ja, har fekk eg hatur til teirra; vegna teirra vándu verk reki eg teir út úr húsi mínum; ikki vil eg unna teir meira; mótræsnir eru allir teirra høvdingar. Sligin er Efraim, rót hansara fúnað; ávøkst hava tey ongan, og um tey ala børn, man eg drepa teirra dýrmæta avkom. Guð teirra skal teimum havna, av tí at tey ikki lýddu honum; støðuleys skulu tey fjakka tjóðanna millum.
Ísrael var gróðurmikil vínviður, sum bar sín ávøkst; men sum ávøkstur hansara nørdist, fjølgaðust eisini altar hans; sum vælferð landsins vaks, tess fleiri steinsúlur fekk tað. Hál eru hjørtu teirra, men nú skulu tey fáa tað aftur; tí at hann skal sorla teirra altar og smildra steinsúlur teirra. Tey siga jú bart út: «Vit hava ongan kong, tí at Harran óttast vit ikki; og hvat kann kongurin gera fyri okkum?» Tey eru stórorðað, svørja rangar eiðir og gera sáttmálar, so at rætturin verður til eitururt, ið veksur fram við hvørjari akurfoyru. Órógvast munnu Sámáriubúgvar um kálvin í Bet-Áven; ja, fólk hans og hovprestar skulu hann syrgja og vena seg um dýrd hansara, tí at hon er frá teimum tikin. Eisini hon verður flutt til Assurs, til kongin mikla sum gáva; til skammar skal Efraim verða og Ísrael fáa skemd av gudamynd síni. Eins og hjóm á vatni skal kongur Sámáriu hvørva; oyddir skulu offurheyggjarnir liggja, har sum Ísrael syndaði, og tornir og tistlar vaksa upp um altar teirra; tá munnu tey siga við fjøllini: «Fjalið okkum!» og við heyggjarnar: «Fallið oman yvir okkum!» Alt síðan á Gibeu døgum hevur tú syndað, Ísrael; har søgdu teir: «Ikki man ófriður ganga á okkum!» Men eg ráddist á illmennini, agaði teir eftir vild míni og savnaði tjóðirnar móti teimum til tess at revsa teir fyri tvífaldu misgerð teirra. Efraim var eins og vand kvíga, sum væl dámdi at treskja. Eg legði sjálvur okið á fagra háls hennara, setti Efraim fyri plógvið og Júda fyri harvuna og segði: «Sáið rættferðar sáð, og skerið upp góðskunnar ávøkst! Brótið upp úr nýggjum lendi kunnleika um Guð og søkið hann, til hann kemur og letur rættlæti regna yvir tykkum. Men tit pløgdu gudloysi, bóru inn órætt og ótu lygnarinnar ávøkst. Av tí at tú lítur á vagnar tínar og tínar nógvu kappar, tí skal hergný ganga á borgir tínar og hervirki tíni verða oydd, eins og tá Sjalman oyddi Bet-Arbel á orrustudegnum, tá ið møðurnar dripnar fullu oman yvir børn síni. Svá skal eg gera móti tykkum, Ísraels húsi, vegna hina miklu vándsku tykkara. Um sólarris skal Ísraels kongur farast.
Tá ið Ísrael var ungur, fekk eg tokka til hansara, frá Egyptalandi kallaði eg son mín. Men tó at eg kallaði á tey, fóru tey alt longur frá mær, tey bóru Báalunum sláturoffur og kyndu sínum skurðgudamyndum offureld; tó var tað eg, sum kendi Efraimi at ganga og bar hann á ørmum mínum; men tey vistu ikki, at tað var eg, sum grøddi tey. Eg dró tey við mannabondum, við kærleika reipum, varð teimum eins og barnafostri, bar tey og veitti teimum føðslu. Men nú skal Efraim aftur til Egyptalands, Assur skal vera kongur hans, tí at ikki vilja tey snúgva við. Svørðið skal leika í borgum hans og bróta lokur og oyða hervirki hans; tí at fólk mítt stundar alstøðugt á at víkja frá mær; og verður tað rópað á tað: «Upp, upp!» rísur tó eingin upp. Hvussu kann eg geva teg yvir, Efraim? Lata teg farast, Ísrael? Hvussu kann eg fara við tær sum við Admu, gera teg sum Zeboim? Hjartað bilgist mær í brósti, vakt er øll mín várkunn! Eg kann ikki lata bræði mína brenna og aftur oyða teg, Efraim; tí at Guð og ikki maður eg eri, heilagur í miðjum tær; ikki komi eg aftur til tín í vreiði. Harranum skulu tey fylgja; hann ýlir sum ljónið, ja, hann ýlir, og skelvandi koma synir úr vestri, koma skelvandi úr Egyptalandi eins og fuglar, eins og dúgvur úr Assurslandi; eg leiði tey heim aftur til húsa teirra, sigur Harrin.
Meg umringar Efraim við lygnum, Ísraels hús við svikum. Júda tekkir ikki Guð; við skøkjum kemur hann í hóslag. Efraim sóknast eftir vindi, rennur allan dagin eftir eystanstormi, fullur av lygnum og svikum; teir gera sáttmála við Assur og fara til Egyptalands við olju. Men nú vil Harrin seta at Júda, revsa Jákup fyri hor hans og endurgjalda honum eftir verkum hans. Í móðurlívi lumpaði hann bróður sín, og tilkomin tók hann tøk við Guð. Hann glímdist við ein eingil og bar av honum sigur; hann græt og bønaði hann um náði. Í Betel hann hitti hann aftur, har hann talaði við hann, hann, Harrin, Guð herliðanna, Harrin er navn hans: «Far tær aftur til tjalda tína og stunda á miskunnsemi og rættlæti og vóna altíð á Guð tín.» Í Kánáans hond eru rangar vágskálir, og svik hann elskar. «Eg eri vorðin ríkur,» sigur Efraim, «eg havi vunnið mær mikið mæti.» Men allur hans eyður skal ikki røkka til at gera sátt fyri syndasekt hans. Men eg, sum eri Harrin, Guð tín alt síðan í Egyptalandi, lati teg aftur búgva í tjøldum tínum sum í fornum tíðum. Eg havi talað til profetarnar og latið teimum birtast mangar sjónir; við profetunum havi eg eisini talað í líkingarmálum. Gilead er fult av lygn og tómleika; í Gilead bera teir skógarskrímslunum offur, tí skulu eisini altar teirra vera sum grótrúgvur fram við akurfoyrum. Jákup flýddi til Áramlands, Ísrael gjørdist trælur vegna konu, og vegna konu goymdi hann at fæflokkum. Men við profeti leiddi Harrin Ísrael út úr Egyptalandi, og við profeti varð hann varðveittur. Sára gremju elvdi Efraim, tí skal Harrin lata hann bøta fyri blóðsekt sína og lata vanvirðing hans koma yvir hann sjálvan.
Snúgv tær, Ísrael, aftur til Harrans, Guðs tíns; tí at fyri misgerð tína fórst tú. Snúgvið tykkum aftur til Harrans við iðrunarfullum orðum og sigið við hann: «Fyrigev okkum allar misgerðir og ver mildur, og vit skulu greiða tær ávøkst varra vára. Vit skulu ikki leita hjálp hjá Assur og ikki ríða á stríðshestum; og ikki skulu vit kalla handaverk okkara gud váran; tí at hjá tær finnur faðirloysingin várkunn.» Eg vil grøða fráfall teirra og elska tey av fríum vilja, tí at vreiði mín er vikin frá teimum. Eg skal vera Ísrael sum døggin; eins og liljur skal hann blóma og festa røtur sum Libanons skógur, breiða út rótangar sínar, standa skrýddur sum oljutræið og anga sum Libanon. Aftur skulu tey búgva í mínum skugga, dyrka korn og blóma sum vínviður, víðagitin eins og vínið frá Libanon. Hvat skal Efraim gera við hjágudar? Eg bønhoyri hann og líti til hansara. Eg eri sypristræið við grønum leyvi; frá mær fært tú aldin tíni. Hvør er vísur, at hann skilir hetta, og vitur, at hann fatar tað? Ja, rættir eru vegir Harrans; hini rættlátu skulu ganga teir; men hini gudleysu snáva á teimum.
Orð Harrans, ið kom til Jóels Petúelssonar. Hoyrið hetta, tit elstu, og gevið gætur øll tit, sum í landinum búgva: Man tílíkt vera hent á tykkara døgum ella á døgum fedra tykkara? Tit skulu tala um tað fyri børnum tykkara, og børn tykkara fyri børnum sínum, og børn teirra fyri næsta ættarliðinum. Átvargurin át tað, sum grashoppan leivdi, flysarin tað, sum ongsprettan leivdi, og gnagarin tað, sum flysarin leivdi. Vaknið, tit drykkjumenn, og grátið allir tit, ið vín drekka, venið tykkum um vínberjaløgin; tí at hann er riptur burtur frá munni tykkara. Tí at veldig tjóð, óteljandi, ráddist á land mítt; teir hava tenn sum ljónið og jakslir sum á kvennljóni. Teir oyddu vínvið mín og brutu míni fikutrø, skrædlaðu børkin av og tveittu tey burtur við følnaðum greinum. Ja, vena teg nú sum ungmoyggj í sorgarbúna um brúðgóm ungdóms síns. Horvið er úr Harrans húsi grónoffur og droypioffur; prestarnir, Harrans tænarar, syrgja. Vøllurin er oyðilagdur, jørðin syrgir, tí at kornið er fyribeint, vínberjaløgurin upptornaður, og oljan hevur svitast. Nipnir standa bøndurnir, vínyrkismenninir vena seg yvir hveitina og byggið, tí at oyddur er gróðurin av jørðini; vínviðurin er følnaður, fikutræið upptornað, granattræið, pálmin og apaldurin, øll trø á markini eru upptornað, ja, skammiliga er horvin øll gleði frá mannanna børnum. Harmið í sorgarbúna, tit prestar, venið tykkum, tit, sum tæna við altarið; gangið inn, tit tænarar Guðs míns, og sitið har alla náttina í sorgarbúna, tí at grónoffur og droypioffur eru horvin úr húsi Guðs tykkara. Stevnið saman til heilaga føstu, boðið hátíðar stevnu; fáið saman hinar elstu og allar íbúgvar landsins í húsi Harrans, Guðs tykkara, og rópið til Harrans: Á slíkur dagur! Tí at nær er dagur Harrans og kemur eins og valdsgerð frá hinum alvalda! Er ikki maturin oyddur beint fyri eygum okkara og gleði og fagnaður horvin úr húsi Guðs várs? Frækornið liggur spilt undir flagnum; oydd liggja goymsluhús og bingini niðurbrotin, tí at kornið er oyðilagt. Á, hvussu fenaðurin stynjar! neytafylgini verða til einkis, av tí at tey einki beitilendi hava; eisini seyðafylgini koma burtur í einki. Til tín, Harri, rópi eg, tí at oytt hevur eldur øll hagabeiti; eldslogin sviðið av øll markarinnar trø. Ja, eisini djórini á víðavangi rópa til tín, tí at vatnið í áunum trýtur, og eldur hevur beint fyri hagabeitinum.
Blásið lúðurin í Zion, hevjið herróp á heilaga fjalli mínum, so at øll í landinum skelva, tí at dagur Harrans kemur. Hann er í nánd, ein dagur við myrkri og niðu, dagur við skaddu og skýsorta; mikil tjóð og veldig breiðir seg út á fjøllum eins og morgunroðin; hennara líki hevur ikki verið og kemur ikki aftur í komandi tíðum, meðan menn eru á døgum. Fyri henni er oyðandi eldur, aftan á hana brennandi logar; undan henni var landið eins og Edens garður, eftir henni ein oyðisandur, undan henni kemst einki. Sum hestar eru teir á at líta, sum reiðmenn toka teir fram; tað er sum dun av vagnum, ið fara yvir fjallaknúkar, eins og ljóð av hálmi, sum brennur á eldi, eins og veldigur herur til bardaga búgvin. Tjóðir skelva fyri teimum, øll andlit skifta lit. Sum hetjur toka teir fram, sum hermenn teir klíva upp á borgargarðar; beint fram halda teir leið síni, eingin teirra víkur til viks. Teir troðkast ikki, hvør teirra gongur fram á síni rás; gjøgnum ørvaskúrir halda teir áfram, einki kann teimum forða. Teir ráðast á borgina, leypa upp á borgargarðin, klíva upp í húsini og koma inn um gluggarnar eins og tjóvar. Fyri teimum nøtrar jørðin, og himnarnir skelva; sól og máni køvast av, og stjørnurnar missa sín ljóma. Undan herliði sínum hevjar Harrin sína rødd, tí at ovurstórur er herur hans og fjølmangir teir, ið fremja hans boð. Ja, mikil er dagur Harrans og ræðuligur; hvør fær staðist fyri honum. Og nú – svá sigur Harrin – vendið um til mín av øllum hjarta við føstu, gráti og venan; álið sundur hjørtu tykkara og ikki klæði tykkara, og horvið aftur til Harrans, Guðs tykkara, tí at hann er náðigur og mildur, tolinmóður og góðskuríkur og iðrar seg um tað illa. Kanska hann hálsar um og iðrar seg og letur signing eftir seg, so at Harrin, Guð tykkara, aftur fær grónoffur og droypioffur. Blásið í lúðurin í Zion, lýsið heilaga føstu og kunngerið hátíðarstevnu. Kallið fólkið saman, halgið savnaðin, stevnið hinum elstu saman, savnið børnini, eisini bróstabørnini; brúðgómurin gangi út úr herbergi sínum og brúðurin út úr brúðarskemmu síni, millum forsals og altars skulu prestarnir, Guðs tænarar, standa grátandi og siga: «Várkunna, Harri, fólki tínum, lat ikki tín arvalut verða til spott, so at heidningarnir fáa vald á honum; hví skulu menn siga heidninganna millum: Hvar er nú Guð teirra?» Tá varð Harrin vandlátur fyri sínum landi og várkunnaði fólki sínum. Og Harrin svaraði fólki sínum: Sí, eg gevi tykkum korn og vín og olju til at mettast av, og ikki meira lati eg tykkum vera til spott heidninganna millum. Og fíggindan norðaneftir reki eg langt burtur frá tykkum og syndri hann út í reyn og oyðisandar, oddaflokk hansara út í eysturhavið og halaflokkin út í vesturhavið; har skal deymur og ringur dampur av honum standa; tí at stórverk vildi hann inna. Óttast ikki, tú jørð, men fegnast og gleð teg, tí stórverk hevur Harrin útint. Óttist ikki, tit djór á markini, tí at nú munnu hagabeitini grønkast; trøini bera nú ávøkst, fikutrø og víntrø geva av allari síni gróðrarmegi. Fegnist, tit Zionsbúgvar, og gleðist í Harranum, Guði tykkara, tí at hann gevur tykkum føðslu til frelsu, sendir tykkum regn av himni, bæði heystregn og várregn eins og áður. Treskivøllurin fyllist av korni; fargini eru á tremur av vínberjaløgi og olju; eg gjaldi tykkum fyri tey ár, tá ið grashoppurnar oyddu, ongsprettan, flysarin og gnagarin ótu alt upp, mín mikli herur, sum eg móti tykkum sendi. Og tit skulu eta og mettast og lova navni Harrans, Guðs tykkara, sum tílíkt undur hevur gjørt ímóti tykkum; ongantíð um ævir skal fólk mítt verða til skammar; tit skulu viðurkenna, at eg eri í miðjum Ísrael, og at eg og eingin annar eri Harrin, Guð tykkara; og ongantíð um ævir skal fólk mítt verða til skammar.
Men eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold; synir tykkara og døtur skulu profetera; gamalmenni tykkara droyma dreymar, og ungmenni tykkara síggja sjónir; ja, eisini yvir trælir og trælkvendi skal eg á teimum døgum úthella av anda mínum; og eg skal lata tekin verða á himni og á jørð, blóð og eld og guvurok, sólin skal skapast um í myrkur og mánin í blóð, áður enn hin mikli og ræðuligi dagur Harrans kemur. Men hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur; tí at á Zions fjalli og í Jerúsalem skal griðstaður vera, eins og Harrin hevur sagt; og millum teir undanslopnu eru tey, sum Harrin kallar. Tí sí, á teimum døgum og á teirri tíð, tá ið eg vendi lagnu Júda og Jerúsalems, tá savni eg allar tjóðir og føri tær oman í Jósafats dal; har skal eg døma tær vegna fólk mítt, Ísrael, arvalut mín, ið teir spjaddu út millum heidningarnar og skiftu sundur land mítt, teir kastaðu lut um fólk mítt, góvu svein fyri skøkju og seldu gentu fyri vín og drukku. Hvat er tað, tit vilja mær, Týrus og Zidon og øll bygdarløg Filistalands? Ætla tit á mær at endurgjalda tað, sum tykkum hevur verið fyri, ella ætla tit at gera mær nakað? Bæði skjótt og brátt lati eg gerðir tykkara koma yvir tykkum sjálvar, tit, ið rændu gull mítt og silvur, fluttu mínar dýru gripir inn í tempul tykkara og seldu Grikkum Júdamenn og Jorsalabúgvar til tess at reka teir langt burtur frá landi sínum! Sí, eg skal kalla teir aftur frá teimum støðum, hagar tit seldu teir, men lati gerðir tykkara koma yvir sjálvar tykkum. Og eg man selja Júdamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja tey Sábamonnum, einum fjarløgdum fólki, tí at Harrin hevur talað. Rópið hetta út heidninganna millum, halgið tykkum til bardaga, vekið upp hetjurnar, komið allir vígførir menn og haldið í hernað. Smíðið svørð úr plógjørnum og spjót úr víngarðsknívum tykkara, avlamingin sigi: «Eg eri hetja!» Komið við skundi allar tjóðir og savnist hagar úr øllum ættum! Leið, Harri, hetjur tínar oman hagar! Vakna skulu heidningatjóðirnar og halda niðan í Jósafats dal, tí at har skal eg sita og døma tjóðirnar allastaðni frá. Bregðið akurknívinum, tí at akrarnir eru stadnir; komið og traðkið, tí at vínfargið er fult, og vínkullan flýtur yvir; tí at mikil er vándska teirra. Mannfjøldir tysja í dómsins dali, tí at skjótt kemur dagur Harrans í dómsins dali; tá myrkna sól og máni, og stjørnurnar missa sín ljóma. Av Zion ýlir Harrin, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella, so at himin og jørð skelva; men fólki sínum er Harrin skjól, Ísraels børnum verja. Tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð tykkara, sum búgvi á Zion, mínum heilaga fjalli; og Jerúsalem skal vera heilag, og fremmandir skulu ikki meira treingja inn hagar. Á tí degi skal vínberjaløgurin streyma av fjøllum og heyggjarnir flóta í róma, allar áir í Júda skulu renna floytifullar, og úr húsi Harrans skal lind spretta upp og vatna Ákásiudalin. Egyptaland skal verða at reyni og Edóm at oyðisondum fyri valdsgerðir teirra móti Júdamonnum, av tí at teir útheltu sakleyst blóð í landi teirra. Men Júda skal vera ævinliga bygt og Jerúsalem ættarlið eftir ættarlið. Eg skal hevna blóð teirra, sum eg enn ikki havi hevnt. Og Harrin skal búgva á Zion.
Tey orð, sum Ámos, ein av hirðunum frá Tekoa, skoðaði viðvíkjandi Ísrael á døgum Uzzia, Júdakongs, á døgum Jeróboams Jóassonar, Ísraels kongs, tvey ár undan landskjálvtanum. Og hann segði: Harrin ýlir av Zion, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella; hirðanna fløtur syrgja, og Karmels tindar følna. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Dámaskusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni, tí seti eg eld á Házaels hús, og hann skal oyða Ben-Hádads hallir; eg smildri lokur Dámaskusar, avoyði íbúgvar Bikat-Ávens og hann, ið ber veldissprota í Bet-Eden; og Sýrlendingar skulu verða herleiddir til Kir, sigur Harrin. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Gazu, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir herleiddu heilar bygdir og framseldu Edómitum tær, tí seti eg eld á borgargarðar Gazu, og hann skal oyða hallir hennara; eg oyði hvørt livandi kykt úr Asdod og úr Askalon hann, sum ber veldissprota; eg bregði míni hond móti Ekron, so at eingin Filisti verður eftir, sigur Harrin, drottin. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Týrusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir framseldu Edómitum heilar herleiddar bygdir og ikki mintust brøðrasáttmálan, tí seti eg eld á borgargarðar Týrusar, og hann skal oyða hallir hennara. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Edóms, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir eltu bróður sín við svørði og køvdu alla várkunn, skræddu í vreiði síni støðugt sundur og goymdu ævinliga ilsku sína; tí seti eg eld á Teman, hann skal oyða hallir Bozra. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Ammonita, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir sprettu upp kviðin á hinum burðarbúnu í Gilead til tess at víðka um landamark síni, tí seti eg eld á borgargarðar Rabbu, og hann skal oyða hallir hennara, meðan herróp dynja á orrustudegnum, og stormurin leikar á harðveðursdegnum. Og kongur teirra skal í útlegd fara, bæði hann og høvdingar hans, sigur Harrin.
So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Móabita, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir brendu beinini á Edóms kongi at kálki, tessvegna lati eg eld brenna Móab og oyða hallirnar í Kirjot; í randargný skal Móab farast, meðan herróp dynja, og lúðrar gella. Eg oyði oddamannin úr miðjum honum og drepi allar høvdingar hans, sigur Harrin. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Júda, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir havnaðu lóg Harrans og ikki hildu lógboð hans, men heldur lótu seg villa av falsgudum sínum, sum fedrar teirra eltu, tí lati eg eld brenna Júda og oyða hallir Jerúsalems. So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Ísraels, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir selja hin sakleysa fyri silvur og hin fátæka fyri einar skógvar, traðka høvur hins vesæla niður í dusmið og troka neyðstødd út av vegnum; faðir og sonur vitja sama kvøldarvív, so at teir vanhalga mítt heilaga navn. Teir liggja og rembast við hvørt eitt altar á veðtiknum pløggum og drekka sektarvín í Guðs síns húsi; og tó var tað eg, sum ruddi Ámoritar úr vegi teirra, ið vóru sum sedristrø og sterkir sum eikir; eg týndi aldin teirra í erva og røtur teirra í neðra. Eg flutti tykkum út úr Egyptalandi og leiddi tykkum í fjøruti ár gjøgnum oyðimørkina, at tykkum skuldi ognast land Ámorita. Eg vakti upp profetar av sonum tykkara og Nasirearar av unglingum tykkara. Er ikki hetta satt, tit Ísraelsmenn? sigur Harrin. Men tit góvu Nasirearunum vín at drekka og sýttu profetunum at profetera. Sí, eg skal lata jørðina ridla undir tykkum eins og undir vagni, sum er laðin við bundum. Tá skal hin fljóti ikki finna skjól og hin sterki ikki fáa nýtt sína megi; og ikki skal hetjan kunna bjarga sínum lívi; ørvagarpurin skal ikki standast, hin fótafimi ikki komast undan og reiðmaðurin ikki bjarga sínum lívi; hin hugreystasti hetjanna millum skal á tí degi nakin flýggja, sigur Harrin.
Hoyrið hetta orð, sum Harrin talar móti tykkum, Ísraelsmenn, móti øllum tí ættarkyni, sum eg leiddi út úr Egyptalandi: Einans tykkum kennist eg við av øllum ættarkynjum jarðar; tessvegna revsi eg tykkum fyri allar misgerðir tykkara. Munnu tveir menn leggja ferðalag saman uttan hvør at kenna annan? Man ljónið ýla í skóginum, tá ið tað onga bráð hevur? Ella man ungljónið grenja og ongan fong hava fingið? Fellur fuglur til jarðar uttan at vera raktur? Man gildran støkka upp frá jørðini, uttan at eitthvørt er í henni? Verður blást í lúður innan borgar, uttan at skelkur kemur á fólk? Man í borgini nøkur ógæva berast á, sum Harrin hevur ikki volt? Nei, Harrin, drottin, ger einki uttan at birta loyndarráð síni fyri profetunum, tænarum sínum. Ljónið ýlir, hvør má ikki óttast? Harrin, drottin, talar, hvør má tá ikki profetera? Rópið út yvir hallir Asdods og tær í Egyptalandi! Sigið: «Savnist saman á Sámáriufjalli og síggið har hin mikla háva og yvirgangin inni í borgini.» Tey duga ikki at gera tað, sum rætt er, sigur Harrin; valdsgerð og kúgan rúgva tey upp í hallum sínum; tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fíggindar skulu umringa land títt allar vegir, vernd tín verða tikin frá tær og hallir tínar verða rændar. So sigur Harrin: Eins og hirðin bjargar úr gapi ljónsins tveimum leggjum og lepa av oyra, soleiðis skulu Ísraelsmenn, ið búgva í Sámariu, komast undan við áklæði legu sínar og hvíldarhøgindi sínum. Hoyrið og vitnið móti Jákups húsi, sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna; tann dag eg revsi Ísrael fyri misbrot síni, tá lati eg revsingina raka Betels altar, so at altarhornini støkka av og falla til jarðar; tá smildri eg bæði vetrarhallir og summarhallir; fílabeinshallir skulu farast og mong hús leggjast í oyði, sigur Harrin.
Hoyrið hetta orð, sum eg hevji eins og harmljóð yvir tykkum, Ísraelsmenn: Fallin er hon, moyggin Ísrael, rísur ikki aftur, liggur endilong á jørðini; eingin reisir hana aftur. Tí at so sigur Harrin, drottin: Tann borg, ið býr út túsund í hernað, fær hundrað aftur, og tann, sum býr út hundrað, fær tíggju aftur í Ísraels húsi. Tí at so sigur Harrin við Ísraels hús: Leitið til mín, tá skulu tit liva! Leitið ikki til Betel, gangið ikki til Gilgal og haldið ikki yvir til Beersjebu; tí at Gilgal skal í útlegd og Betel verða oyðimørk. Leitið til Harrans, at tit mega liva, so at hann ikki kemur eins og eldur yvir Jósefs hús og oyðir, so at eingin verður eftir, sum kann sløkkja í Betel. – Vei teimum, ið broyta rættin í malurt og rinda rættlætið til jarðar – Hann, sum skapaði Sjeystjørnuna og Orion, gjørdi náttarmyrkrið at lýsing og dag til dimma nátt, sum kallar á havsins vøtn og oysir tey út yvir jørðina, Harrin er hans navn; hann oyðir hinar sterku og sorlar hervirki teirra. Teir hata hann, ið verjir rættin á tingi, og hava mótboð av teimum, ið tala satt. Tessvegna av tí at tit traðka hin vesæla niður og taka eykagjald av korni hans, tí skulu tit byggja hús av høgdum gróti, men ikki búgva í teimum, og leggja inn frálíkar víngarðar, men ikki drekka vínið úr teimum. Tí at eg veit, at mong eru misbrot tykkara og syndir tykkara miklar, tit, ið kúga hin sakleysa, taka við mutri og sýta fátækum rætt á tingi; tessvegna tigur hyggin maður nú um stundir, tí at hetta eru vándar tíðir. Søkið tað góða og ikki tað illa, at tit mega liva; tá skal Harrin, Guð herliðanna, vera við tykkum, eins og tit eru vanir at siga. Hatið tað illa og elskið tað góða og fremjið rættin á tingi; kanska tá Harrin, Guð herliðanna, náðar tí, sum eftir verður av Jósefi. Tessvegna sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna: Á øllum torgum skulu menn vena seg, og ljóða skal á øllum gøtum: «Vei, vei!» Bøndur skulu stevna harmkvøðarum til sorgar og deyðakvartanar; í hvørjum víngarði verður deyðakvartan, tá ið eg fari gjøgnum miðjan teg, sigur Harrin. Vei tykkum, ið tráa eftir degi Harrans! Hvat skilir tykkum dagur Harrans? Hann er myrkur og ikki ljós. Tað verður, eins og tá maður flýggjar undan ljóni og rennur seg beint á bjørn, ella hann rennur heim og styðjar seg við hondini aftur at vegginum, og ormur tá bítur hann. Ja, dapur er dagur Harrans, ikki bjartur; bølasvartur uttan ljósglæmu. Eg hati og vanmeti hátíðir tykkara, torgi ikki roykin av hátíðarstevnum tykkara, um tit ofra mær brennioffur. Eg havi ongan tokka í tykkara grónofrum, eg líti ikki at tykkara takkarofrum av gøðingarkálvum; burtur við tykkara glymjandi songi, eg vil ikki hoyra hørpuljóð tykkara! Latið heldur rættin streyma fram sum vatn og rættlætið sum á, ið ikki tornar upp. Hava tit, Ísraels hús, borið mær fram sláturoffur og grónoffur hini fjøruti árini í oyðimørkini? Nú skulu tit bera Sakkut, kongi tykkara, og Kevan, stjørnu guds tykkara, gudamynd, sum tit hava gjørt tykkum; eg reki tykkum í útlegd eystur um Dámaskus, sigur Harrin – Guð herliðanna er navn hans.
Vei teimum tryggu á Zion og ekkaleysu uppi á Sámáriufjalli, tignarmonnum í hini fremstu tjóðini, sum Ísraels ættarkyn leitar til. Farið til Kalne og lítist um, haldið haðan til Hámat, hina miklu, og farið oman til Gát í Filistalandi, eru tit betri enn hesi kongaríki, ella er land tykkara størri enn land teirra? Tit, sum avnokta hin vánda dagin og skipa valdstjórn í sæti, sum liggja á fílabeinslegum og rembast, á beðum løgdum við høgindi, eta úr fylginum lomb og kálvar úr alistøðini; tit taka undir at murra við hørpuni og seta saman ljóð eins og Dávid, drekka vín úr bollum og salva tykkum við úrvalsolju, men kenna onga pínu av sárum Jósefs. Tí skulu teir í útlegd fara fremstir í flokki hinna herleiddu; tá tagnar gleimur teirra, sum reika um og einki gera, sigur Harrin Guð herliðanna. Svorið hevur Harrin, drottin, við sjálvan seg: Eg havi mótboð av Jákups hugmóði, eg hati hallir hans og gevi borgina upp og alt, sum í henni er. Og um tíggju mans eru eftir har í einum húsi, skulu eisini teir láta lív. Og tá ið skyldfólk og líkbrennarar, sum bera skrokkarnar út úr húsinum, rópa á hann, sum er inni á botni í húsinum: «Er nakar eftir hjá tær?» og hann svarar: «Nei!» Tá munnu teir siga: «Tegi, tegi!» Tí ikki má navn Harrans nevnast. Tí at nú býður Harrin: Eg sori tey stóru húsini sundur og smildri tey smærru í spønir. Munnu hestar renna um hamrar ella oksar pløga havið? Men tit broyta rættin í eitur og rættlætisávøkst í malurt; tit gleðast um Lodebar og siga: Hava vit ikki við egnari megi vunnið Karnáim? Men nú vil eg reisa tjóð ímóti tykkum, Ísraels hús, sigur Harrin, Guð herliðanna; hon skal treingja at tykkum frá Hámat alt at Áraba ánni.
Harrin, drottin, birti mær hesa sjón: Hann læt ongsprettur kykna upp, so skjótt sum hógvurin tók at grógva og grasið aftur spratt, eftir at kongur hevði sligið. Tá ið tær høvdu oyðetið grasið av jørðini, mælti eg: «Á Harri, drottin, fyrigev! Hvussu kann Jákup standast, hann, sum er so vesælur?» Tá iðraði Harrin seg um hetta. «Tað skal verða av ongum,» segði Harrin. Harrin, drottin, birti mær hesa sjón: Sí, Harrin, drottin, beyð út oyðandi eldi, sum turkaði upp hitt mikla djúp; men tá ið hann fór at oyða landið, mælti eg: «Á Harri, drottin, lætt av! Hvussu kann Jákup standast, hann, sum er so vesælur?» Tá iðraði Harrin seg um hetta. «Hetta skal verða av ongum!» segði Harrin, drottin. Hesa sjón læt hann mær berast fyri: Sí, Harrin stóð uppi á borgargarði og helt á blýloddi, og hann segði við meg: «Hvat sært tú, Ámos?» Eg svaraði: «Blýlodd!» Tá mælti Harrin: «Nú vil eg ræsa blýlodd mitt niður í fólk mítt Ísrael; eg vil ikki umbera tað meira. Ísaks offurheyggjar skulu oyddir verða og Ísraels halgidómar týnast; við svørði eg rísi móti ætt Jeróboams.» Tá sendi Ámazja, prestur í Betel, Jeróboami, Ísraels kongi, hesi boð: «Ámos kveikir samansvørjing móti tær í miðjum Ísraels ríki; landið kann ikki bera øll orð hansara. Tí at soleiðis sigur Ámos: Fyri svørði skal Jeróboam falla, og Ísrael herleiddur verða burtur úr landi sínum.» Og Ámazja segði við Ámos: «Hav teg burtur, síggjari, og slepp tær aftur til Júdalands; har kanst tú vinna tær føðina og profetera har; í Betel mást tú ikki longur profetera, tí at her er kongahalgidómur og ríkistempul.» Tá svaraði Ámos og segði við Ámazja: «Eg eri hvørki profetur ella profetalærusveinur, eg eri seyðamaður og morberjarøktari; men Harrin tók meg burtur frá fylginum og segði við meg: Far og profetera fyri fólki mínum Ísrael. Hoyr tí orð Harrans, tú, sum sigur: Profetera ikki móti Ísrael og tala ikki móti Ísaks ætt! Tessvegna sigur Harrin: Kona tín skal vera skøkja í borgini; synir tínir og døtur skulu fyri svørði falla og jørð tín verða sundurskift við mátingarbandi; sjálvur tú skalt doyggja í óreinum landi og Ísrael verða herleiddur burtur av landi sínum.»
Sjón Óbadia: Sí, sigur Harrin, drottin, um Edóm: Frætt hava vit tíðindi frá Harranum; sendur er boðberi út millum tjóðanna: Rísið, rísið upp til bardaga móti honum! Sí, lítlan eg geri teg tjóðanna millum, vanvirdur skalt tú vera. Títt hjartans hugmóð tøldi teg, tú sum hølast í berggjáum, situr uppi á hæddunum og hugsar við sjálvum tær: Hvør er tann, ið mær kann rinda til jarðar? Tó at tú flýgur hátt sum ørnin og byggir títt reiður stjarnanna millum, rindi eg tær kortini oman haðan, sigur Harrin. Vóru teir ikki tjóvar, ið komu at vitja teg, ránsmenn á náttartíð? – Á, sum tú ert løgd í oyði! – Teir tóku alt, sum teimum var tørvur á; vínberjatínarar komu til tín, men einki lótu teir vera eftir. Hvussu verður ikki Esav rannsakaður, hvussu verða ikki fjaldu gripir hansara uppleitaðir! Allir tínir sáttmálafelagar róku teg alt út at landamarkinum; vinmenn tínir sviku teg og ráddust á teg; ja, teir, ið ótu av breyði tínum, løgdu snerrur fyri teg. Man eg ikki á tí degi, sigur Harrin, oyða vísmenninar úr Edóm og vitskuna av Esavs fjøllum? Tá munnu Temans kappar skelva, og allir menn verða dripnir og oyddir av Esavs fjøllum. Fyri valdsgerð móti Jákupi, bróður tínum, skalt tú hyljast í skomm og liggja oyddur allar ævir, av tí at tú stóðst og hugdi at, tá ið fremmandir rændu hans eyð, og útlendskir brutust inn um borgarlið hans; tá ið teir kastaðu lut um Jerúsalem, tá vart tú sum ein av teimum. Lít ikki meira væl nøgdur at degi bróður tíns, at ógævudegi hans; gleð teg ikki yvir Júdasynir á oyðingardegi teirra og tamba ikki aftur munn tín upp á neyðardegi teirra! Far ikki inn um borgarlið fólks míns á glatunardegi teirra; horv ikki heldur í góðum hýri at ógævu teirra, og legg ikki aftur hond á ognir teirra á ógævudegnum; statt ikki á vegamótum til tess at týna flóttamenn teirra, gev ikki yvir teir, ið undan komust á neyðarinnar degi! Tí at nær er nú dagur Harrans yvir allar tjóðir; tað sama, sum tú hevur gjørt, skal verða gjørt við teg; gerðir tínar skulu koma niður yvir teg sjálvan. Tí at eins og tit drukku á mínum heilaga fjalli, soleiðis skulu allar tjóðir støðugt drekka, tær skulu drekka og sløðra, og verða sum tær ongantíð høvdu verið til. Men á Zions fjalli skal vera griðstaður; har skal vera halgidómur, Jákups ætt skal fáa aftur ognir sínar. Og Jákups hús skal verða eldur og Jósefs hús til eldsloga, men Esavs hús at hálmi; tey skulu seta eld á tað og brenna tað upp, so at eingin verður eftir av Esavs húsi, so satt sum Harrin hevur talað. Teir skulu ogna sær suðurlandið samt Esavs fjallaland og láglandið samt Filistalandið; og teir skulu ogna sær Efraims land samt Sámáriulandið og Ammonitar samt Gilead. Og hinir herleiddu av Ísraelsmonnum, sum búgva í Hálu og Hábor, skulu ogna sær borgir Kánáanita alt at Záreptu; og hinir herleiddu úr Jerúsalem, sum búgva í Sefarad, skulu ogna sær borgir suðurlandsins. Og bjargarar skulu fara niðan á Zions fjall til tess at kvøða upp dóm yvir Esavs fjøll. Og tá skal ríkið hoyra Harranum til.
Orð Harrans kom til Jónasar Ámittaisonar soljóðandi: «Far á føtur og gakk til Nineve, hina miklu borg, og rópa út yvir hana, at illskapur teirra er komin upp fyri ásjón mína.» Men Jónas fór í teirri ætlan at flýggja til Tarsis burtur frá ásjón Guðs og fór oman til Jaffa. Og tá ið hann har hitti skip, ið skuldi til Tarsis, galt hann ferðargjald og fór umborð til tess at fara við teimum til Tarsis burtur frá ásjón Harrans. Men Harrin sendi harðveður yvir havið, og øgilig ódn kom í sjógvin, og skipið mundi sorast. Tá vóru skipsmenninir ræddir og fóru at rópa hvør til guds síns og tóku at varpa allan skipsreiðskapin í havið til tess at lætta um skipið. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fasta svøvni. Skiparin kemur til hansara og sigur við hann: «Hví liggur tú her í fasta svøvni? Far upp og heit á Guð tín, kundi borið á, at Guð minnist til okkara, so vit ganga ikki burtur.» Tá søgdu skipsmenninir hvør við annan: «Komið, latum okkum kasta lut til tess at vita, av hvørs voldum henda ógævan er komin yvir okkum.» Og teir kastaðu lut, og luturin fell á Jónas. Og teir søgdu við hann: «Sig okkum, av hvørs voldum henda ógævan er hend okkum; hvat er atvinna tín, og hvaðan kemur tú? Hvat er fosturland títt, og hvørji tjóð ert tú av?» Hann svaraði teimum: «Eg eri Hebrei, og eg óttist Harran, Guð himinsins, hann, ið hevur skapað havið og turrlendið.» Tá kom mikil ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: «Hví gjørdi tú hetta?» – Tí at menninir vistu, at hann var flýddur burtur frá ásjón Guðs; tí at hann hevði sagt teimum tað. Og teir søgdu við hann: «Hvat skulu vit gera við teg, so at sjógvurin slætnar?» – Tí at veðrið versnaði í hvørjum. Og hann svaraði teimum: «Takið meg og tveitið meg fyri borð, so man sjógvurin fara at slætna, tí at eg veit, at av mínum voldum er hetta mikla harðveðrið komið á tykkum.» Skipsmenninir fóru nú at rógva aftur móti landi, men orkaðu ikki, tí at harðveðrið vaks í hvørjum. Tá kallaðu teir á Harran og søgdu: «Á, Harri! lat okkum ikki ganga burtur fyri tað, at hesin maðurin skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum; tí at tú, Harri, hevur gjørt tað, ið tær líkaði.» Teir tóku tá Jónas og tveittu hann fyri borð, og beinanvegin slætnaði sjógvurin. Mikil ótti fyri Harranum kom tá á skipsmenninar, og teir ofraðu honum sláturoffur og strongdu heiti.
Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi, og Jónas var í kviði fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur. Tá bað Jónas í kviði fisksins til Harrans, Guðs síns, og segði: Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína. Tú tveitti meg út í bládýpið á miðjum havi, so at streymar skolaðu um meg; allar bárur tínar og bylgjur brutu yvir mær. Eg hugsaði: «Eg eri burturrikin frá eygum tínum; man eg nakrantíð aftur skoða títt heilaga tempul?» Vøtnini nívdu meg at sálini, havdýpið var um meg; tari var vavdur um høvur mítt. At grundvøllum fjallanna fór eg niður, lokur jarðarinnar vóru drignar aftur fyri mær med alla; tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Guð mín! Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum. Teir, ið stunda á fáfongd og tómleika, havna náðini. Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum. Tá beyð Harrin fiskinum at spýggja Jónas upp á land.
Orð Harrans kom til Jónasar aðru ferð soljóðandi: «Statt upp og gakk til Nineve, hina miklu borg, og flyt har boðskapin, ið eg havi boðið tær.» Og Jónas fór avstað til Nineve, eins og Harrin hevði boðið honum. Men Nineve var ovurmikil borg, tríggjar dagsferðir á longd. Tá ið Jónas nú hevði gingið eina dagsferð inn í borgina, steðgaði hann á og rópaði: «Um fjøruti dagar skal Nineve verða løgd í oyði!» Og Ninevemenn trúðu Guði, boðaðu føstu og lótu seg í sekk, bæði ung og gomul. Tá ið kongurin av Nineve frætti hesi tíðindi, fór hann úr hásæti sínum, tveitti av sær skikkju sína og læt seg í sekk og settist í øsku. Og hann læt kunngera í Nineve: «Eftir boði frá kongi og stórmennum hans skal hvørki fólk ella fenaður, hvørki neyt ella seyður njóta nakað; tey mega hvørki ganga á gras ella drekka vatn. Heldur mega tey lata seg í sekk – bæði fólk og fenaður – og bønandi rópa til Guðs, og hvør ein fara av sínum ónda vegi og frá illgerðum, ið eru í hondum teirra. Hvør veit, um ikki Guð kundi hálsað um og iðrað seg um hetta og lætt av vreiði síni, so at vit ikki farast!» Tá ið Guð sá gerðir teirra, at teir vóru farnir av sínum rongu leiðum, tá iðraði Guð seg eftir tí illa, sum hann hevði ætlað at gera teimum og gjørdi tað ikki.
Hetta dámdi Jónasi ógvuliga illa, og ilt kom í hann, og hann bað til Harrans og segði: «Á, Harri! Var tað ikki hetta, eg hugsaði, áðrenn eg fór heiman? Tessvegna ætlaði eg áður at flýggja til Tarsis; tí at eg visti, at tú ert ein náðigur Guð, miskunnsamur, tolinmóður og kærleiksríkur, og at tú iðrar teg eftir tí illa. So tak nú, Harri, sál mína frá mær, tí at mær er deyðin betri enn lívið.» Men Harrin svaraði: «Er tað beint av tær at vera so illur?» Men Jónas fór út úr borgini og setti seg eystan fyri hana og gjørdi sær har leyvskála; í skugga hansara settist hann at bíða til tess at síggja, hvat ið mundi fara at henda í borgini. Tá læt Guð Harrin oljurunn spretta upp yvir Jónas til at skugga yvir høvur hansara og reka burtur óhugnað hansara; og Jónas gleddist stórliga av oljurunninum. Næsta morgun í lýsingini beyð Guð ormi at stinga oljurunnin, so at hann følnaði. Og tá ið sólin rann, sendi Guð gløðandi eystanvind, og sólin skein so heitt á høvur Jónasar, at hann ørmaktaðist. Tá ynskti hann at doyggja og segði: «Mær er deyðin betri enn lívið.» Tá segði Harrin við Jónas: «Er tað beint av tær at vera so illur um oljurunnin?» Men hann svaraði: «Av rættum eri eg reiður og tað til deyða.» Og Harrin segði: «Tú harmast um oljurunnin, ið tú einki stríð hevur havt av og ikki alt upp, sum varð til eftir einari nátt og hvarv eftir einari nátt, skuldi eg tá ikki harmast um Nineve, borgina miklu, har sum meira enn tólv ferðir tíggju túsund menn búgva, ið ikki duga á at skyna høgru ella vinstru – og nógvur fenaður?»
Orð Harrans, ið kom til Mika Móresjita á døgum Jótams, Ákazar og Hizkia, Júdakonga – tað orðið, sum hann skoðaði viðvíkjandi Sámáriu og Jerúsalem: Hoyrið, allar tjóðir, jørðin lýði á og alt, sum á henni er! Harrin, drottin, kemur sum vitni móti tykkum, Harrin frá síni heilagu høll. Sí, Harrin kemur úr bústaði sínum, stígur oman og fer yvir hæddir jarðarinnar; undir honum fjøllini bráðna, og dalarnir klovna – sum vaks fyri eldi, sum vatn út av brøttum bergi; alt hetta berst á fyri misgerð Jákups og fyri syndir Ísraels ættar. Hvør er misgerð Jákups? Mundi tað ikki vera Sámária? Og hvør er tá synd Júda ættar? Mundi tað ikki vera Jerúsalem? Eg geri Sámáriu til grótrúgvur og byggilendi hennara til víngarðsjørð; steinar hennara tveiti eg oman í dalin og leggi grundvøllin beran; allar gudamyndir hennara skulu verða smildraðar, allar skøkjugávurnar skulu verða brendar í eldi; eg oyði allar skurðgudar hennara; tí at fyri skøkjuløn vórðu teir fingnir, og til skøkjuløn skulu teir aftur verða. Tí má eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og uttan skikkju, hevja harmljóð eins og sjákálar, rópa av sorg eins og strutsar, tí at ógrøðandi eru sár hennara; og alt at Júda er tað komið, til Jerúsalem, fólks míns borgarlið. Boðið tað ikki í Gát og grátið ikki í Bókim; í Bet-Leafra, veltið tykkum í dusminum! Smoykið tykkum lotir og naknir út, tit, sum búgva í Sjáfir! Záanans íbúgvar vága sær ikki út; av sorgarljóðinum úr Bet-Ezel skelva tykkara bein. Og hvussu kunnu Márots íbúgvar vóna nakað gott, tá ið ógæva frá Harranum er komin alt frá Jerúsalems borgarliði? Setið hestarnar fyri vagnarnar, tit, sum búgva í Lákisj; tað var jú høvuðssyndin hjá Zions dóttur, tí at hjá tykkum Ísraels misbrot finnast. Sendið tí burtur Móresjet-Gát við skilnaðarbrævi; ein svikafullur løkur eru hallirnar í Akzib vorðnar Ísraels kongum. Enn lati eg ránsmenn herja á teg, tú, sum býrt í Máresja; koma skal dýrd Ísraels alt at Ádullam. Raka av tær hár og skegg vegna tíni ástkæru børn; ger berskallan breiðan, sum á gammi, tí at herleidd fara tey frá tær.
Vei teimum, ið liggja á legum sínum og upphugsa illverk og inna tey, so skjótt sum lýsir av degi, og tey halda seg før til tess; teir girnast bø og ræna hann, hús og taka tey, leggja undir seg mann og hús, ognir og ánara. Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eisini eg man móti hesum ættkyni upphugsa illverk, sum teir ikki skulu fáa sín háls burtur úr, so at teir ikki fáa gingið so brestnir, tí at hetta verða hevndartíðir. Á tí degi verður táttur kvøðin um tykkum og hetta harmljóð: «Beint er fyri okkum med alla; fólks míns jørð er sundurskift við mátingarbandi, og eingin fær mær hana aftur; teir, ið okkum hava herleitt, hava fingið jørð okkara.» Tí skalt tú ongan hava, sum markar av arvalut í savnaði Harrans. «Lættið av hesum spádómsorðum!» siga teir, «tílík orð mega ikki verða talað; skulu hesi orð ongantíð fáa enda?» «Er Jákups ætt tá bannlýst? Er Harrin tá so bráður í lyndi, ella man hann gera tílíkt? Eru ikki orð hans mjúk móti teimum, ið rættiliga ganga?» Men tit eru fíggindar vorðnir móti mínum fólki; møttul og skikkju tit skræða av teimum, ið ekkaleys koma gangandi og leiðir eru við bardaga; konur fólks míns reka tit út úr húsunum, ið vóru hugnaður teirra; frá børnum teirra taka tit mín heiður med alla og siga: «Avstað, burtur við tykkum! Her skulu tit ikki vera! Fyri smámuna sakir taka tit veð við hørðum.» Um einhvør kemur við tómum orðum, svikum og lygnum og sigur: «Eg skal tala til tykkara um vín og sterkan drykk,» hann verður rættur talari hjá hesum fólki. Eg skal savna øll av Jákups ætt, ja, henta saman allar Ísraels leivdir, lata tey saman eins og seyð í rætt, eins og fenað inn í kvíggj, so at har verður gangur av mannfjøld. Slóðarin leiðir tey, tey bróta gjøgnum liðið og fara útum; undan teimum gongur kongur teirra, Harrin sjálvur á odda.
Tá segði eg: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og dómarar í Ísraels húsi! Eiga ikki tit at hava kunnleika um rættin? Tit, sum hata hitt góða og elska hitt illa, ríva skinnið av monnum og holdið av beinum teirra, tit eta upp holdið á mínum fólki, skræða av teimum skinnið, bróta bein teirra og koyra tað sum bót í pottin, sum kjøt á steikipannu. Tá munnu teir rópa til Harrans, men hann skal ikki svara teimum; tá fjalir hann sítt andlit fyri teimum, tí at vándar eru allar teirra gerðir. So sigur Harrin um profetarnar, ið villa fólk mítt og boða frið, tá ið teir fáa inn í munnin, men halga bardagan móti honum, ið einki vil geva teimum at eta: Tí skal nátt koma á tykkum, so at tit ongar sjónir síggja, og myrkur, so at tit ikki kunnu spáa; sólin skal fara afturundir fyri profetunum, og dagurin sortna yvir teimum. Tá verða síggjararnir lotir, profetarnir rodna av skomm; allir hylja teir kampin, tí at einki svar kemur frá Guði. Men eg, eg eri – við Harrans anda – fullur av mátti, rætti og styrki til at boða Jákupi misbrot hans og Ísrael syndir hans. Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups ættar og tit dómarar Ísraels ættar, tit, sum hava andstygd fyri tí rætta og gera bogið alt, sum beint er, sum byggja Zion við blóði og Jerúsalem við valdsgerð. Høvdingar hennara døma fyri mutur, prestarnir kenna fyri løn, og profetarnir spáa fyri silvur; kortini teir líta seg á Harran og siga: «Er ikki Harrin okkara millum? Einki ilt skal okkum raka!» Tí skal Zion av atvoldum tykkara verða pløgd eins og bøur, Jerúsalem verða grótrúgvur, og tempulfjallið verða skógvaksnir heyggjar.
Men á síðstu døgum skal tempulfjall Harrans verða grundvallað á fjallanna knúkum, hátt hevjað yvir hæddirnar, og hagar skulu tjóðirnar streyma, og mangar tjóðir skulu búgva seg til ferðar og siga: «Komið, latum okkum fara niðan á fjall Harrans, í Jákups Guðs hús; hann skal kenna okkum vegir sínar, so at vit mega ganga leiðir hans; tí at frá Zion kemur opinbering, úr Jerúsalem orð Harrans.» Hann skal døma millum mangar tjóðir og skipa rættin hjá máttugum fjarstøddum fólkum; og tey skulu smíða plógjørn úr svørðum sínum og víngarðsknívar úr spjótum sínum; ikki skal ein tjóðin bregða svørði móti aðrari, og ikki skulu tey venja seg til bardaga longur. Tá situr hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, og eingin skelkar teir, so satt sum muður Harra herliðanna hevur talað. Tí at allar tjóðirnar ganga hvør í navni guds síns; men vit vilja ganga í Harrans, Guðs várs navni um aldur og allar ævir. Á tí degi, sigur Harrin, savni eg tað, sum haltar, og fái aftur saman tað, sum burtur var rikið, og tað, sum eg fór illa við. Úr tí, sum haltar, geri eg leivd og máttuga tjóð úr tí, sum hevur maktast; yvir teimum Harrin skal vera kongur á Zionsfjalli hiðan ífrá og um allar ævir. Men tú, hirðatorn, heyggjur Zions dóttur, til tín skal koma og tær skal lutast hitt fyrra valdið, ríkið hjá Jerúsalems dóttur. Hví rópar tú nú so sáran? Hevur tú ikki kongin hjá tær? Ella man ráðgevi tín vera horvin, at kvølir ganga á teg sum á konu í barnferð? Ja, lat rið ganga á teg, Zions dóttur, og vena teg eins og kona í barnferð; tí at út úr borgini mást tú nú fara og búgva á víðavangi; til Bábel skalt tú koma; men haðan skalt tú bjargast; haðan skal Harrin loysa teg úr hondum fígginda tína. Men mangar tjóðir hava nú savnað seg móti tær og siga: «Vanhalgað verði hon, so at vit líta at Zion við fragdi.» Men tey fata ikki hugsanir Harrans og skilja ikki ráðagerðir hans, at hann savnar tey sum bundi á treskivølli. Rís nú upp og tresk, tú Zions dóttir, tí at eg geri tær horn úr jarni og kleyvar úr kopari; mangar tjóðir skalt tú sorla og víga Harranum ránsfong teirra og drotni alrar jarðar ognir teirra. Skeina nú hold títt, tí at hervirki hava teir móti tykkum reist; við sprotanum sláa teir Ísraels dómarar á kjálka.
Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum; tessvegna gevur hann tey yvir eina tíð, til hon, ið føða skal, hevur átt; tá skulu leivdir ættbrøðra hans koma heim aftur til Ísraelsmanna. Og hann skal standa og goyma at teimum í kraft Harrans, í tignarnavni Guðs síns. Ekkaleys munnu tey tá búgva, tí at mikil skal hann vera alt at endamarkum jarðar. Hann skal vera friður: Tá ið Assur herjar á land várt og treingir inn í hallir várar, tá senda vit ímóti honum sjey hirðar og átta mannahøvdingar, teir skulu gæta Assurland við svørði og Nimrodland við bregðaðum brandi. Og soleiðis man hann frelsa okkum frá Assur, tá ið hann herjar á land várt og treingir inn á jørð okkara. Tá verður millum mangar tjóðir Jákups leivd eins og døgg frá Harranum, eins og regndropar á grasi, sum ongum tráa eftir og ikki bíða eftir mannabørnum. Jákups leivdir heidninganna millum, mitt í mongum tjóðum, verða sum ljón millum skógardjór, sum ljónshvølpar í seyðafylgi, sum traðka fyri sær rás og skræða sundur, so at eingin fær bjargað. Hond tín skal vera móti óvinum tínum; allir fíggindar tínir skulu týnast. Á tí degi, sigur Harrin, taki eg frá tær hestar tínar og beini fyri hervagnum tínum. Eg skal oyða borgirnar í landi tínum og bróta niður øll hervirki tíni, gandasnildið taki eg frá tær, og manarar skalt tú ongar hava; eg beini fyri gudamyndum tínum og steinsúlum tínum, ið hjá tær eru; ikki skalt tú longur tilbiðja handaverk tíni. Eg smildri tínar Ásjerustólpar og sorli skurðgudar tínar. Síðan man eg við vreiði og ilsku hevna meg inn á tjóðirnar, ið ikki vildu lýða.
Hoyrið, hvat ið Harrin talar: Rís upp, flyt kærumál títt fyri fjøllunum; lat hæddirnar hoyra tína rødd! Hoyrið kærumál Harrans, tit fjøll, lýðið á, tit grundvøllir jarðar; tí at mál hevur Harrin at kæra við fólk sítt, hann setir at Ísrael: Fólk mítt, hvat havi eg gjørt tær, við hvørjum havi eg møtt teg? Vitna nú móti mær! Eg leiddi teg jú niðan úr Egyptalandi, frelsti teg út úr trælahúsinum og sendi Móses, Áron og Mirjam til at ganga undan tær. Fólk mítt, minst til, hvat ið Bálak, kongur av Móab, hevði í huga, og hvat ið Bileam Beorsson svaraði honum frá Sjittim til Gilgal, til tess at tú kanst tekkja frelsuverk Harrans. «Við hvørjum skal eg koma fram fyri Harran, níga fyri himinsins Guði? Eigi eg at koma við brenniofrum og veturgomlum kálvum? Man Harrin hava tokka í túsundtals veðrum og tíggju túsundtals oljuløkjum? Eigi eg at ofra frumgitna son mín fyri míni misbrot ella ávøkst móðurlívs míns sum syndaoffur fyri mítt lív?» Tær hevur Harrin kunngjørt, o maður, hvat ið gott er. Hvat krevur hann av tær annað enn at gera tað; sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítillæti fylgja tínum Guði? Hoyr, Harrin kallar á borgina – at óttast navn títt veitir frama – hoyrið tit ættarkyn og samankomnu borgarmenn: Skal eg torga hinar falsfingnu ognir í húsi hins gudleysa og hitt ov lítla kornmát, ið ilt verður biðið yvir, og siga ósekan tann, ið hevur svikavágsteinar í pjøka sínum? Har hugsa ríkir bert um valdsgerð, fólkið fer við svikum, og lygitungu hava teir í munni. Tessvegna tók eg at sláa og oyða teg fyri tínar syndir. Tú skalt eta og ikki mettast, svongd tín ikki verða stillað, ikki skalt tú bjarga tí, sum tú krógvar tær burtur; og tað, sum tú bjargar tær, gevi eg svørðinum í vald; tú skalt sáa, men ikki heysta, troða oljuber, men onga salvu hava, vínber, men einki vín fáa at drekka. Tú fylgdi siðum Omri og øllum athavi Ákabs ættar; tit fóru fram eftir ráðagerðum teirra, so at eg gjørdi borgina at oyði og íbúgvar hennara at spotti; ja, háðan tjóðanna skulu tit bera.
Vei mær! Hjá mær er tað eins og við eftirtíning av summaraldini og vínberjum: Ikki eitt vínber eftir til at eta, eingin árfika, sum eg hevði glett meg til; alt gudrøkið fólk er horvið úr landinum, eingir rættsintir menn eru eftir, allir teir tráa eftir blóði og royna við neti hvør eftir øðrum. Hendur teirra eru skjótar eftir tí illa, høvdingin krevur, og dómarin dømir fyri endurgjald; stórmennið talar bart út um tað, sum hann girnast, og soleiðis gera teir bogið tað, sum beint er. Hin besti teirra millum er sum tornur, hin mest reinmeinti sum tornagirðing. Men koma skal nú dagurin, ið varðmenn tínir boðaðu, tín revsunardagur; ráðaleysir skulu teir standa. Trúgvið ikki longur vini, troystið ongum frænda, varða dyr muns tíns fyri henni, sum tú fevnir, tí at sonur vanvirðir faðir, dóttir rísur upp móti móður, sonarkona móti vermóður, og mansins egnu heimbýlismenn eru fíggindar hans. Men eg vil hyggja eftir Harranum, bíða eftir Guði frelsu mínar; Guð mín vil eg hoyra. Gleð teg, mín fíggindi, ikki um meg; tí at eri eg fallin, fari eg aftur á føtur; tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær. Men nú má eg tola vreiði hans – tí at móti honum havi eg syndað – til hann flytur mál mítt og veitir mær rætt; hann man leiða meg út aftur í ljósið, og eg skal skoða hans frelsuverk; fíggindi mín skal tað síggja og hyljast í skomm, hann, sum segði við meg: «Hvar er nú Harrin, Guð tín?» Við gleði míni eygu skulu hann skoða, tá ið hann eins og trekkur á gøtuni verður niðurtraðkaður. Tann dag tínir borgargarðar aftur verða reistir, og landamark verður víðkað, tá koma tey til tín úr Assur og alt at Egyptalandi, úr Týrus og alt at ánni miklu, frá havi alt at havi, frá fjalli til fjals. Tá skal jørðin verða at oyði vegna illgerðir teirra, sum á henni búgva. Goym at tínum fólki við stavi tínum, tí fylgi, sum er títt og í skóginum einsamalt hølast, í miðjum aldingarði; lat tey aftur ganga á beiti í Básjan og Gilead eins og í fornum døgum. Lat okkum aftur undur síggja, eins og tá tú fórt úr Egyptalandi. Lat heidningarnar síggja tað og fáa skomm av síni styrki, leggja hondina á munnin og standa við deyvum oyrum. Lat teir sleikja dusmið eins og ormurin, eins og jarðarinnar skriðkykt. Lat teir koma piprandi út úr hellum sínum, líta ræddir til Harrans, Guðs várs, og óttast teg. Hvør gud er sum tú, ið tekur burtur misbrot og fyrigevur leivdunum av ognarfólki tínum teirra syndir, sum ikki heldur ævinliga fast við sína vreiði, men vil fegin vera miskunnsamur? Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp. Tú vilt eyðsýna Jákupi ta trúfesti og Ábrahami ta miskunn, sum tú við eiði heitti fedrum okkara í forðum.
Spádómsorð um Nineve. Bókin um tað, sum Náhum, Elkosjiti, skoðaði. Vandlátin Guð og hevnari er Harrin. Harrin er hevnari og fullur av vreiði. Harrin hevnir seg inn á sínar mótstøðumenn, og fíggindum sínum goymir hann vreiði. Harrin er tolinmóður, men mikil í mátti og letur ongan sekan sleppa undan; í stormi og ódn er hans ferð, og skýggini eru dustið undir fótum hans. Hann hóttir at havinum og turkar tað upp, og allar áir letur hann torna; Básjan og Karmel hjadna burtur, og allur gróður á Libanon følnar. Fyri honum skelva fjøllini, og heyggjarnir skakast; jørðin gongur kyk fyri ásjón hans, jarðarríkið og øll, sum har búgva. Hvør kann tola ilsku hans, og hvør fær staðist fyri hans brennandi bræði? Hans vreiði geisar eins og eldur, og hamrarnir rapla fyri honum. Harrin er góður, verja á trongdar degi; hann kennir tey, sum troysta á hann, og leiðir tey gjøgnum stríðar streymar; hann beinir fyri sínum mótstøðumonnum og rindar fíggindar sínar út í myrkrið. Hvørji eru tey ráð, tit leggja upp ímóti Harranum? Hann oyðir alt av; ikki skal trongd koma tvær ferðir. Tó at teir eru samanfløktir sum tornir og druknir av víni, skulu teir kortini verða uppbrendir eins og skróvturrur hálmur. Frá tær er komin ein, sum hevði ilt í huga móti Harranum og legði upp níðingsráð. So sigur Harrin: Tó at teir komu fjølmentir og ovurmangir, skulu teir kortini týnast og farast. Teg havi eg nívt, men geri tað ikki meira. Nú bróti eg av tær ok hans og kvetti tíni bond. Men um teg hevur Harrin skipað soleiðis fyri: Navn títt skal ikki meira minnast; úr gudahovum tínum eg oyði bæði skornar og stoyptar myndir og gevi tær grøv millum níðinga.
Sí, á fjøllunum føtur hans, ið boða gleði og frið! Halt tínar høgtíðir, Júda, evna tíni heiti! Tí at ikki skal hin níðingurin herja á teg meira; med alla er hann týndur. Yvirgangsmaðurin kemur ímóti tær; statt nú á varðhaldi, njósna allar vegir, gyrð teg væl og savna alla tína styrki. Tí at Harrin reisir aftur tign Jákups eins og tign Ísraels, tí at av ránsmonnum vórðu teir rændir, og teirra gróðurkvistar týndir. Reyðar skildir bera kappar hans, og hermenn hans eru klæddir í skarlak; av stálsettu vagnum hans tað glógvar sum eldur, tá ið teir toka fram, og spjót verða havd á lofti. Á gøtunum vagnarnir glymja og fara við rúkandi ferð um torgini; sum eldgos eru teir á at líta og fara sum snarljós aftur og fram. Hann kallar á kappar sínar; teir renna so, at teir snáva; teir halda á borgargarðin undir reistum skjaldartaki. Liðini móti ánni verða latin upp, og kongshøllin skelvur av grund. Drotningin og stoylur hennara verða drignar út, meðan tær syrgnar láta sum dúgvur og sláa seg fyri bringu. Nineve er sum tjørn, har vatnið rennur burtur. «Steðgið, steðgið!» verður rópað, men eingin snýr sær á. Rænið silvur, rænið gull, tí at her tróta ikki ognir; her er ørgrynna av alskyns dýrum gripum. Oyðing, oyði og aloyðing, nøtrandi hjørtu og skelvandi knø, skjálvti í øllum mjødnum, og øll andlit skifta lit! Hvar er nú hølið hjá ljónunum, ungljónanna helli, hagar ljónstíkin gekk við hvølpi sínum, og eingin tey stygdi? Til ljónshvølpar sínar og ljónstíkir skræddi ljónið sundur og rændi bráð. Tað fylti við ránsfongi helli síni og ból síni við ráni. Sí, eg ráðist á teg, sigur Harri herliðanna, bólstaður tín skal verða uppbrendur og svørðið skal týna tíni ungljón; eg oyði av jørðini rán títt, og rødd sendisveina tína skal ikki hoyrast meira.
Vei hini blóðseku borg, sum er full av lygn og stuldri, øll sum hon er, og ikki lættir av at ræna. Hoyrið koyrilin ymja og hjólini glymja! Froysandi folar, dunandi vagnar. Reiðhestarnir tvíspora; svørðini glampa, neistarnir fúka av spjótum; mangir á vali vignir, líkini liggja í rúgvum; ræini teljast ikki; teir snáva um mannabúkar. Aftur fyri hordóm hinnar miklu skøkju, hinnar yndisføgru og fjølkunnugu, sum tøldi tjóðir við sínum hori og ættarkyn við gandi sínum, tessvegna ráðist eg á teg, sigur Harri herliðanna; eg fletti upp um teg klæðini og lati tjóðirnar síggja nakni títt, kongaríkini skomm tína; eg díki teg við runu, geri teg vanvirðisliga og seti teg fram sum ræðumynd, so at hvør, ið ber eyga við teg, flýggjar frá tær og sigur: «Oydd er Nineve! Men hvør vil eymka hana? Hvar finni eg nakran, sum vil ugga hana?» Ert tú betri enn Nó-Ámon, ið var við Nílstreymin, umgirt av vatni sum varnarvirki og við ánni sum borgargarði? Blámenn og Egyptar uttan tal vóru styrki hennara, Putmenn og Libiumenn komu henni til hjálpar; men kortini varð hon herleidd og mátti í útlegd; eisini smábørn hennara vórðu sorlað á hvørjum vegamóti; um tignarmenninar varð lutur kastaður, og stórmenn hennara vórðu lagdir í fjøtur. Eisini tú skalt drekka og ørmaktast, eisini tú skalt fyri fíggindanum søkja tær skjól. Øll varnarvirki tíni eru sum fikutrø við árfikum; verða tey skakað, falla fikurnar í munnin á honum, sum vil eta. Sí, hermenn tínir eru sum kvinnur; liðini inn í land títt opnast fyri fíggindum tínum; eldur oyddi lokur tínar. Oys tær vatn at hava, meðan tú ert kringsett; ger tíni varnarvirki aftur, gakk út í evjuna og traðka leirið, far eftir tigulforminum; eldur skal kortini oyða teg, og svørðið týna teg, oyða teg eins og grashoppur, tó at tú ert fjølment eins og grasvargar og fjølgast eins og ongsprettur. Ger keypmenn tínar fleiri enn stjørnurnar á himni, tínar jallar sum ongsprettuflokkar og ritarar tínar sum oyðandi átvargar, ið hølast undir gørðum, meðan dagurin er kaldur; men tá ið sólin rísur, flúgva teir burtur, og eingin sær nakað aftur til teirra. Tað er sum við grasvargum, ið skjóta ham og flúgva burtur. Hirðar tínir dúra, Assurs kongur, tignarmenn tínir sova; fólk títt er spjatt um fjøllini, og eingin savnar tey. Mein tíni bøtast ikki aftur, ógrøðandi eru sár tíni; allir, ið hoyra tíðindi um teg, sláa saman hendur, tí at hvør mátti ikki javnan tola vándsku tína!
Spádómsorðið, sum birtist Hábakkuki profeti. Hvussu leingi, Harri, skal eg rópa um hjálp og einki svar fáa, eymka meg fyri tær undan valdsgerð og onga hjálp fáa? Hví letur tú meg síggja órætt og vera vitni til gremju? Kúgan og valdsgerð havi eg fyri eyga; av tí standast trætur, og orrustur rísa. Tí verður lógin máttleys, og rætturin kemur ongantíð fram; tí tá ið gudleysir treingja hin rættvísa, tá kemur rætturin rangvørgur fram. Hyggið út tjóðanna millum, lítist um! Undrist og øtist, tí at eg geri á tykkara døgum stórverk, sum tit ikki høvdu trúð, um sagt hevði verið tykkum frá tí! Tí sí, eg reisi upp Kaldear, harðrenda, framfúsa tjóð, sum fer um ta víðu verøld og leggur undir seg ognirnar hjá øðrum; øgilig og ræðulig er hon; sjálv hon skipar sær rætt og vald. Fljótari enn pantarar eru hestar hennara, snarpari enn úlvar á kvøldi; reiðhestarnir tvíspora, koma við fúkandi ferð úr fjarlegd eins og ørnin, ið skjýtst niður á bráð sína. Til tess at fremja valdsgerð koma teir allir, halda ferð síni beint fram og savna hertikið fólk eins og sand; teir spotta kongar og halda høvdingar fyri gjøldur; at hvørjum hervirki flenna teir, laða upp víggarð og taka tað. Síðan fara teir sum hvirlur avstað og gera mátt sín til gud sín. Ert tú ikki frá fyrndini Harrin, mín heilagi Guð, sum aldri doyr? Tú, Harri, setti hann til at halda dóm, tú gavst honum ræði til at revsa; Tú, sum hevur eygu so rein, at tey ikki tola at horva at tí illa, tú, sum ikki torgar at síggja gremju, hví hyggur tú til hinar trúleysu og tegir, tá ið hin gudleysi týnir tann, sum er rættvísari enn hann? Hann fer við monnum eins og við havsins fiskum, eins og við skriðkyktunum, ið ongan harra hava. Hann dregur teir allar upp við ongli, fangar teir í síni nót og savnar teir upp í net sítt, tessvegna gleðist og fegnast hann; og tí ofrar hann nót síni sláturoffur og neti sínum roykilsisoffur, tí at við teimum vann hann sær góðan lut og mangan feitan bita. Men skal hann støðugt tøma nót sína og týna tjóðir eirindaleyst?
Upp á varða mín vil eg stíga, standa á varðbergi mínum og gáa eftir, hvat hann vil tala í mær, og hvat hann vil svara ákæru míni. Og Harrin svaraði og segði: «Skriva sjónina niður og rist hana á talvur, so at hon er lætt at lesa. Tí at sjónin hevur sín ávísa tíma; hon stundar at endamálinum og svitast ikki; drálar hon, tá bíða eftir henni, tí at ganga skal hon út, tað skal ikki gretta.» Sí, hann, ið blæsur seg upp, goymir órætt í brósti; men hin rættvísi skal liva við síni trúgv. Vei hinum trúleysa herjara, hinum hástóra manni, sum av grimdarhuga tambar upp gap sítt eins og Hel og ikki mettast heldur enn deyðin, savnar til sín allar tjóðir og dregur inn undir seg øll fólk! Vissuliga skulu øll hesi fara at kvøða tættir um hann, vísur við gátukendum spotti og siga: Vei honum, ið ríkar seg upp av tí, sum hann ikki eigur – hvussu leingi? – og laðar á seg veðsettar lutir; tí at brátt munnu teir, ið kúga teg, rísa, teir, ið níva teg, vakna, so at tú verður herfongur teirra; eins og tú rændi mangar tjóðir, soleiðis skulu allar fólkanna leivdir ræna teg fyri manndráp og fyri valdsgerð móti landi og borg og øllum, sum har búgva. Vei honum, ið vinnur sær falsfingnan eyð fyri sítt hús og byggir sær reiður hátt uppi til tess at bjargast úr ógævunnar hond. Tú ráddi húsi tínum ósømd; tú troddi niður mangar tjóðir og gjørdi soleiðis fyri lívi tínum; tí at steinarnir skulu rópa úr vegginum og sperrurnar svara teimum úr tróðrinum. Vei honum, ið byggir bygd við blóði og grundar borg við órætti! Kemur ikki hetta frá Harra herliðanna, at tjóðir streva fyri eldin, og tjóðflokkar møða seg fyri tómleika? Tí at jørðin skal verða full av kunnleika um dýrd Harrans, eins og vøtnini hylja havsins botn. Vei honum, ið letur aðrar drekka av vreiðinnar skál, ja, drekkur teir fullar til tess at skoða teirra nakni. Tú hevur mettað teg av vanæru og ikki av æru; drekk nú eisini tú og gakk í ørviti, úr høgru hond Harrans verður bikarið rætt tær; skomm skal hylja tína dýrd; tí at valdsgerð tín móti Libanon skal níva teg, tín djórapínsla verða tær at bana, fyri manndráp og fyri valdsgerð móti landi og borg og øllum, ið har búgva. Hvat gagnar skurðmyndin, at smiðurin hevur skorið hana út, ella hin stoypta myndin, ið gevur lygispásagnir, at smiðurin troystar á hana til tess at gera dumbar gudar? Vei honum, ið sigur við træbulin: «Vakna upp!» og við hin dumba steinin: «Rís úr svøvni!» Man hann kunna frøða um nakað? Nei, við gulli og silvuri er hann lagdur, men andi er ikki skaptur í honum. Men Harrin er í sínum heilaga templi – øll jørðin veri kvirr fyri ásjón hansara!
Bøn av Hábakkuki profeti. Al sjigjonot. Harri, eg havi hoyrt títt giti; Harri, eg havi sæð tíni verk; áður enn dagarnir eru lidnir endurnýggja tey; áður enn dagarnir eru lidnir ger teg kunnan, í vreiðini minst til at miskunna! Guð kemur sunnan av Teman, hin heilagi frá Párans fjøllum. Sela. Hátign hans hylur himinin, av dýrd hans er jørðin full; undir honum glampar eins og eldur; og ljósgeislar stava frá lið hansara; har er máttur hansara huldur; undan honum drepsóttin gongur, og aftan á hann koma brunasóttir. Hann gongur fram, og jørðin skelvur, hann hyggur upp, og tjóðirnar nøtra; fyrndarfjøllini klovna, hinir ævigu heyggjarnir søkka; hann gongur á sama vegi sum í forðum. Sorg er í Kusjans tjøldum, og Midians tjalddúkar skelva. Hóttir tú, Harri, at áunum, ert tú illur við tær, og reiðist tú inn á havið, at tú soleiðis tokar fram á hestum tínum og sigursvagnum? Tú tekur fram tín boga og fyllir við ørvum tín ørvahúsa. Sela. Tú klývur jørðina, so áir streyma fram; fjøllini síggja teg og skelva, úr skýggjunum regnið streymar, og frumhavið hevjar sína rødd, sólin gloymir at rísa, og mánin steðgar síni ferð; tey flýggja fyri ljóma ørva tína og fyri tínum glampandi spjóti, í vreiði fert tú yvir jørðina, í bræði traðkar tú tjóðirnar niður. Til frelsu fólks tíns fert tú heiman til tess at hjálpa salvaða tínum; tú sorlar hústak hins gudleysa og ryður grundina burtur alt at kletti. Sela. Tú rekur spjót títt gjøgnum hans høvur, sum bos hans høvdingar fara fyri vindinum. Tú fert yvir havið við hestum tínum, yvir tey miklu ýlandi vøtn. Eg hoyrdi tað, og indur míni skulvu; av duninum pipraðu mínar varrar; rot kom í bein míni, og føtur mínir sløðraðu. Men eg vil bíða, til trongdardagurin kemur yvir ta tjóð, ið soraði okkum. Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki.
Orð Harrans, ið kom til Sefanja Kusjisonar, Gedaljasonar, Ámarjasonar, Hizkiasonar á døgum Jósia Ámonssonar, Júdakongs. Burtur, ja burtur skal eg týna alt av jørðini, sigur Harrin; eg týni bæði fólk og fenað, himinsins fuglar og havsins fisk; eg lati hinar gudleysu farast og oyði syndarar út av jørðini, sigur Harrin. Og eg man rætta út hond mína móti Júda og øllum íbúgvum Jerúsalems og oyða av hesum staði alt, sum eftir er av Báal og nøvn hovprestanna saman við prestunum og teir, sum uppi á tøkunum tilbiðja himinsins her; somuleiðis teir, sum tilbiðja Harran og svørja við hann, men samstundis svørja við Milkom, og teir, sum viku frá Harranum og ikki leita til hansara og ikki spyrja eftir honum! Verið kvirr fyri Harranum, drotninum, tí at dagur Harrans er komin nær. Harrin hevur tilbúgvið sláturoffur, og vígt hevur hann gestir sínar. Á sláturoffurdegi Harrans verður tað svá: Eg heimsøki høvdingarnar og kongasynirnar og øll, sum ganga í útlendskum klæðum. Tann dagin heimsøki eg hvønn tann, ið hoppar yvir gáttina, og sum fyllir hús harra síns við valdsgerð og svikum. Á tí degi, sigur Harrin, skal hoyrast neyðarróp úr Fiskaliðinum, venan úr nýggja borgarbýlinginum og mikið brak av hæddunum. Venið tykkum tit íbúgvar Mortarans, tí at oyddur er allur keypmannaflokkurin, týndir eru allir, ið silvur viga. Á tí degi man eg rannsaka Jerúsalem við lykt og heimsøkja fólkið, ið liggur har á berskaka sínum og hugsar við sær: «Drottin ger hvørki gott ella ilt!» Men eyður teirra skal verða at ráni og hús teirra fara í sor; teir skulu byggja hús, men ikki búgva í teimum, leggja inn víngarðar, men ikki drekka vín teirra. Dagur Harrans, hin mikli, er nær; hann nærkast og kemur brádliga. Hoyr Harrans dag hin beiska, og hvussu hetjan rópar av neyð! Sá dagur er vreiðinnar dagur, dagur neyðar og trongdar, dagur við sorlan og soran ein dapur og dimmur dagur, dagur við skýsorta og bølamyrkri, dagur lúðurs og herróps ímóti víggirdum borgum og háreistum tindum. Tá man eg treingja vegir manna, sum blindir skulu teir ganga, tí at móti Harranum hava teir syndað; teirra blóð skal verða úthelt sum dusm og lívsmegi teirra sum trekkur. Hvørki silvur teirra ella gull kann bjarga teimum á Harrans vreiðinnardegi, tá ið øll jørðin ferst fyri brennandi vandlæti hans. Tí at hann skal beina fyri og gera bráðan enda á øllum, sum á jørðini búgva.
Boyggið og eyðmýkið tykkum, tit fólk, sum ikki blúgvast, áður enn tit verða sum fúkandi sáður, áður enn tit koma fyri brennandi bræði Harrans, áður enn vreiðinnardagur Harrans kemur yvir tykkum! Søkið Harran, øll tit eyðmjúku í landinum, sum halda boðorð hans; stundið á rættlæti, stundið á eyðmýkt; kanska finna tit skjól á vreiðidegi Harrans; tí at skjótt skal Gaza vera reyn og Askalon oyði; á alljósum degi skal Asdod í útlegd, og Ekron skal týnast. Vei teimum, ið búgva fram við havinum; fólkinum av Kretaætt! Eg skal kúga teg, Filistaland, og oyða teg, so eingin býr har meira! Tú skalt verða at haga, har hirðar hava seyðabyrgi. Tá skal landið fram við havinum fáa leivdina av Júdahúsi og hirðarnir lata seyð sín beita har og bølast á kvøldi í Askalons húsum; tí at Harrin, Guð teirra, man vitja teir og snúgva lagnu teirra. Eg havi hoyrt Móabs háðan og spottan Ammonita, hvussu teir háðaðu fólk mítt og brettu sær móti landi teirra. Tí skal tað, so satt sum eg livi, sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, verða við Móab sum við Sódomu og við Ammonitum sum við Gómorru; teir skulu verða at notulendi, at saltgryvju og ævigum oyði; leivdin av fólki mínum skal ræna teir, og eftirstøðan í tjóð míni arva teir. Hetta skulu teir fáa fyri hugmóð sítt, fyri at teir vanvirdu fólkið hjá Harra herliðanna og brettu sær móti teimum. Øgiligur kemur Harrin yvir teir, tí at hann skal oyða av jørðini allar gudar; og allir heidnir oyggjaskeggjar skulu níga fyri honum, hvør á sínum staði. Eisini tit, Blálendingar, skulu falla fyri svørði Harrans; síðan bregður hann hondini móti norðuri og beinir fyri Assur. Nineve ger hann at reyni og oyðisondum; har skulu fæflokkar hølast og alskyns villdjór; pelikánar og stjørnuhegrar hava náttból á súlnahøvdum hennara, uglur grenja í gluggunum, og ravnar gorra á gáttini. Hetta er hin gleimmikla borg, ið búði so trygg og hugsaði við sjálvari sær: «Eg og eingin onnur!» Hvussu hon er vorðin at oyði, villdjórum til bøli! Hvør, ið kemur fram við henni bríkslar og veittrar við hondini háðuliga.
Á øðrum stjórnarári Dáriusar kongs, á fyrsta degi hins sætta mánaðar, kom orð Harrans við Haggai profeti til Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda og til Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, soljóðandi: Soleiðis sigur Harri herliðanna: Hetta fólk sigur: «Stundin er enn ikki komin til at endurreisa hús Harrans.» Og orð Harrans kom við Haggai profeti soljóðandi: Er tað stund hjá tykkum at búgva í bróstaðum húsum, meðan hetta húsið liggur avtoftað? Tí sigur Harri herliðanna: Gáið nú eftir, hvussu tykkum fer. Tit sáa mikið, men lítið kemur til høldar; eta, men verða ikki mettir; drekka, men sløkkja ikki tostan; fara í klæði, men verða ikki heitir, og løn bønarmansins fer í gataðan pung. So sigur Harri herliðanna: Gáið eftir, hvussu tykkum fer! Farið niðan í fjøllini eftir viði og byggið tempul, so at eg kann fáa sóma, og eg skal vísa mín heiður! sigur Harrin. Tit vóna nógv, men lítið verður burturúr, og tá ið tit bera inn, blási eg tað burtur. Hvørs vegna? sigur Harri herliðanna – tessvegna, at hús mítt liggur í rustum, meðan hvør tykkara starvar fyri sítt egna hús. Og tí heldur himinin døggini aftur og jørðin gróðri sínum. Eg kallaði turk yvir landið og yvir fjøllini, yvir kornið og vínberjaløgin, yvir oljuna og yvir alt, sum jørðin gevur av sær, yvir fólk og fenað og yvir alt tað, sum hendur virka. Og Zerubbábel Sjealtielsson og Jósua Józadaksson høvuðsprestur og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lýddi rødd Harrans, Guðs síns, og orðum teimum, ið Harrin, Guð teirra, hevði sent við Haggai profeti. Og fólkið óttaðist Guð. Tá segði Haggai, boðberi Harrans, við fólkið samsvarandi boðskapi Harrans: Eg eri við tykkum, sigur Harrin. Og Harrin vakti hug Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda, og hug Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, og hugin hjá øllum fólkinum, ið eftir var, so at teir komu og fóru undir at byggja tempul Harra herliðanna, Guðs teirra, á tjúgunda og fjórða degi hins sætta mánaðar á øðrum ríkisári Dáriusar kongs.
Á tjúgunda og fyrsta degi hins sjeynda mánaðar kom orð Harrans við Haggai profeti soljóðandi: Sig við Zerubbábel Sjealtielsson, landsstjóra í Júda, og við Jósua Józadaksson, høvuðsprest, og við øll tey, ið eftir eru av fólkinum: Er tykkara millum nakar eftir av teimum, ið sóu hetta hús í fyrra dýrmæti sínum? Og hvat halda tit nú um tað? Man tað ikki tykjast einkisvert í eygum tykkara? Men tú, Zerubbábel, ver hugreystur, og tú, Jósua Józadaksson, høvuðsprestur, ver hugreystur, og verið tit øll, sum í landinum eru, hugreyst og haldið áfram við verkinum, tí at eg eri við tykkum, sigur Harri herliðanna, og andi mín skal vera tykkara millum samsvarandi tí sáttmála, sum eg gjørdi við tykkum, tá ið tit fóru út úr Egyptalandi; óttist ikki! Tí at so sigur Harri herliðanna: Áður enn langt um líður man eg skaka himni og jørð, havi og turrlendi. Eg man skaka øllum tjóðum, so at allir dýrgripir fólkanna savnast higar, og eg man fylla hetta hús við dýrd, sigur Harri herliðanna. Mítt er silvurið, mítt er gullið, sigur Harri herliðanna. Hetta seinna templið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra, sigur Harri herliðanna, og á hesum staði vil eg veita frið, sigur Harri herliðanna. Á tjúgunda og fjórða degi hins níggjunda mánaðar, á øðrum ríkisári Dáriusar, kom orð Harrans við Haggai profeti soljóðandi: So sigur Harri herliðanna: Bið prestarnar geva tær leiðbeining um hetta: «Um maður ber heilagt kjøt í kyrtilskeyta sínum og við hondunum nertur við breyðið ella við okkurt kókað ella vín, olju ella við eitthvørt matkent, verða tá hesir lutir heilagir?» Og prestarnir svaraðu og søgdu: «Nei.» Og Haggai spurdi: «Um einhvør, ið óreinur er vorðin av líki, nertur við hesar lutir, verða teir tá óreinir?» Og prestarnir svaraðu og søgdu: «Ja!» Tá mælti Haggai og segði: «Soleiðis, sigur Harrin, er hetta fólk og henda tjóð í mínum eygum og øll verk handa teirra og tað, ið teir ofra: tað er alt óreint. Men snúgvið nú huganum frá hesum degi og aftur í tíðina, áður enn steinur var lagdur oman á stein í templi Harrans; hvussu visti tykkum tá við? Komu tit at kornrúgvu, ið átti at geva tjúgu kornmát, fingu tit einans tíggju; komu tit at vínkulluni og skuldu oysa upp fimmti mát, vóru einans tjúgu. Eg revsaði tykkum og skaddi alt handaverk tykkara við moldaksi, følnan og heglingi; kortini vendu tit ikki við til mín, sigur Harrin. Leggið tykkum nú í geyma, hvussu vera skal eftir henda dag – frá tjúgunda og fjórða degi hins níggjunda mánaðar, frá tí degi, tá ið tempul Harrans varð grundað, leggið tykkum tað í geyma! Er sákornið enn í binginum? Og víntræið og fikutræið, granateplatræið og oljutræið bera tey ikki ávøkst? Frá hesum degi veiti eg signing.» Og orð Harrans kom til Haggai á øðrum sinni hin tjúgunda og fjórða dag í sama mánaði soljóðandi: Sig við Zerubbábel landsstjóra í Júda: Eg man skaka himni og jørð og kollvelta hásætum kongaríkjanna og týna vald heidninganna og beina fyri hervagnum og teimum, sum í teimum aka; hestarnir og teir, ið á teimum sita, skulu lúta deyðir hvør fyri svørði hjá øðrum. Á tí degi, sigur Harri herliðanna, taki eg teg, Zerubbábel Sjealtielsson, tænara mín, sigur Harrin, og havi teg eins og innsiglisring; tí at teg havi eg valt út, sigur Harri herliðanna.
Í áttanda mánaði á øðrum stjórnarári Dáriusar kom orð Harrans til Zakarja profets Berekjasonar, Iddosonar soljóðandi: Ógvuliga reiður var Harrin inn á fedrar tykkara; sig tí við teir: So sigur Harri herliðanna: Snúgvið tykkum til mín, sigur Harri herliðanna, tá vil eg snúgva mær til tykkara, sigur Harri herliðanna. Verið ikki sum fedrar tykkara, sum hinir fyrru profetarnir ámintu og søgdu við: So sigur Harri herliðanna: Víkið frá tykkara vándu vegum og frá tykkara vándu gerðum! Men teir vildu ikki lýða og góvu mær ikki gætur, sigur Harrin. Fedrar tykkara – hvar eru nú teir? Og profetarnir – liva teir ævinliga? Men míni orð og míni boð, sum eg havi álagt tænarum mínum, profetunum, raktu tey ikki fedrar tykkara, so at teir vendu við og søgdu: Eins og Harri herliðanna hótti at gera við okkum eftir athavi og verkum várum, soleiðis hevur hann gjørt við okkum. Á tjúgunda og fjórða degi hins ellivta mánaðar – tað er mánaðurin Sjebat – í øðrum stjórnarári Dáriusar kom orð Harrans til Zakarja profets, Berekjasonar, Iddosonar soljóðandi: Eg sá sjón á nátt: Maður ríðandi á reyðum hesti var steðgaður millum fjallanna, úti við ta djúpu gjónna, og honum á baki vóru reyðir, svartir, hvítir og flekkutir hestar. Og tá ið eg spurdi: «Hvørjir eru hesir, Harri?» svaraði eingilin, ið talaði við meg: «Eg skal greina fyri tær, hvørjir hesir eru.» Tá mælti maðurin, ið stóð millum fjallanna: «Hesir eru teir, sum Harrin hevur sent út til tess at fara um alla jørðina.» Og teir svaraðu eingli Harrans, ið stóð millum fjallanna, og søgdu: «Vit hava farið um jørðina og sí, øll jørðin er í ró og kvirru.» Eingil Harrans mælti og segði: «Harri herliðanna, hvussu leingi vilt tú drála enn við at eyðsýna miskunn móti Jerúsalem og Júda borgum, ið hava verið fyri vreiði tíni nú í sjeyti ár?» Við mildum orðum og uggandi svaraði tá Harrin einglinum, ið við meg talaði. Og eingilin, ið við meg talaði, segði við meg: Boða og sig: So sigur Harri herliðanna: Eg brenni av vandlæti fyri Jerúsalem og Zion, men av miklari vreiði móti hinum ekkaleysu heidningunum, ið gjørdu skaðan verri, enn eg hevði ætlað í vreiði míni. Tí sigur Harrin soleiðis: Eg komi aftur til Jerúsalem við miskunnsemi; hús mítt har skal verða afturreist, sigur Harri herliðanna, og mátingarband verða tant út um Jerúsalem. Boða framvegis: Soleiðis sigur Harri herliðanna: Aftur skulu borgir mínar vera á tremur av øllum góðum; Harrin skal aftur ugga Zion og velja sær út Jerúsalem.
Eg hevjaði eygu míni, leit meg um og sá fýra horn. Og eg segði við eingilin, ið við meg talaði: «Hvat merkja hesi?» Hann svaraði mær: «Hesi eru hornini, sum syndrað hava Júda, Ísrael og Jerúsalem.» Tínæst læt Harrin meg síggja fýra smiðir. Og eg spurdi: «Hvat ætla hesir at gera?» Hann svaraði og segði: «Hini eru tey hornini, sum syndraðu Júda, so eingin fekk hevjað sítt høvur; men hesir eru komnir til at hvessa øksir sínar og høgga hornini av teimum tjóðum, ið hevjaðu horn ímóti Júdalandi til tess at syndra tað. Eg hevjaði aftur eygu míni, leit meg um og sí, har var maður við mátingarbandi í hendi. Eg spurdi hann: «Hvar fert tú?» Hann svaraði: «At máta Jerúsalem til tess at kanna um breidd og longd hennara.» Tá gekk eingilin, ið við meg talaði, fram, og annar eingil gekk fram ímóti honum. Og hann segði við hann: «Far og sig við handa unga mannin: Opin og ógird skal Jerúsalem liggja fyri fjøldum av monnum og fenaði, sum har skal vera. Eg vil sjálvur, sigur Harrin, vera eldveggur kring hana og eyðsýna dýrd mína har. Upp, upp – flýggið úr norðurlandinum, sigur Harrin, tí frá himinsins fýra ættum savni eg tykkum saman, sigur Harrin! Upp, bjarga tær Zion, tú sum býrt hjá Bábel dóttur! Tí so sigur Harri herliðanna, av hvørs dýrd eg eri sendur til tær tjóðir, sum rændu tykkum: «Hvør, ið nertur tykkum, nertur mín eygnastein! Tí sí, eg reiggi hond míni móti teimum, so at teir skulu verða herfongur hjá trælum sínum. Og tit skulu sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg. Fegnast og gleð teg, tú Zions dóttir, tí sí, eg komi og taki upp bústað í miðjari tær, sigur Harrin.» Á tí degi munnu mangar tjóðir geva seg til Harrans og verða fólk hans og búgva í miðjari tær, og tú skalt sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tín. Tá man Harrin kanna sær Júda sum arvalut sín á heilagari jørð og aftur velja út Jerúsalem. Alt hold veri kvirt fyri Harranum, tí at nú er hann risin upp frá sínum heilaga bústaði.
Síðan læt hann meg síggja høvuðsprestin Jósva, har hann stóð frammi fyri eingli Harrans, og Sátan honum við høgru lið til tess at ákæra hann. Og eingil Harrans mælti við Sátan: «Harrin havi at tær, Sátan, Harrin, ið útvaldi Jerúsalem, havi at tær! Er ikki hesin eins og brandur riptur út úr eldi?» Men Jósva var í skitnum klæðum, har hann stóð frammi fyri einglinum. Tá tók eingilin til máls og mælti við teir, sum stóðu frammi fyri honum: «Latið hann úr hesum skitnu klæðunum!» Og hann segði við hann: «Sí, eg havi tikið misgerð tína av tær; lat teg nú klæðast í hátíðarklæði.» Framvegis segði hann: «Setið á høvur hansara reint høvuðsskrúð;» og teir settu reint høvuðsskrúð á høvur hansara og lótu hann í rein klæði, meðan eingil Harrans stóð hjá. Og eingil Harrans legði Jósva eina við og mælti: So sigur Harri herliðanna: Um tú gongur leiðir mínar og varðveitir boðorð míni, tá skalt tú stjórna húsi mínum og gæta forgarðar mínar, og eg skal loyva tær at ganga millum hesar tænarar mínar. Hoyr, Jósva høvuðsprestur, tú og felagar tínir, ið sita frammi fyri tær, tit eru fyriboðarar tess, at eg lati «Gróðurtein», tænara mín, koma. Tí sí, steinurin, sum eg leggi fram fyri Jósva – sjey eygu á einum steini – sí, eg risti sjálvur árit hansara, sigur Harri herliðanna, og taki burtur eftir einum degi misgerð landsins. Á tí degi, sigur Harri herliðanna, skulu tit bjóða hvør øðrum til at sessast undir víntræi og undir fikutræi.
Eg hevjaði aftur eyguni og sí: Ein fljúgvandi bókrulla. Og hann segði við meg: «Hvat sært tú?» Eg svaraði: «Eg síggi fljúgvandi bókrullu, tjúgu alna langa og tíggju alna breiða.» Tá segði hann við meg: «Hatta er illbiðingin, sum fer út um alt landið; tí at hvør tjóvur og allir, ið gera rangan eið í mínum navni, hava nú nóg leingi sloppið undan revsing. Eg havi latið hana avstað, sigur Harri herliðanna, til tess at hon skal koma inn í hús tjóvsins og inn í húsið hjá honum, ið ger rangan eið í mínum navni, og verða verandi inni í húsum teirra og oyða bæði træverk og grótveggir teirra.» Og eingilin, sum talaði við meg, kom fram og segði við meg: «Hav upp eygu tíni og síggj, hvat hatta er, sum kemur fram har.» Tá spurdi eg: «Hvat er hatta?» Hann svaraði: «Hatta er efan, ið út gongur.» Og hann segði framvegis: «Hatta eru misgerðir teirra í øllum landinum.» Tá varð blýlokið alt í einum avlyft og sí: Niðri í efuni sat kona ein. Og hann segði: «Hetta er gudloysið!» og trýsti hana djúpt niður í efuna og legði blýlokið væl aftur yvir. Síðan hevði eg upp eygu míni, leit meg um og sí, tvær konur komu bornar av vindinum og við veingjum eins og storkaveingjum; tær hevjaðu efuna upp millum heims og himins. Tá spurdi eg eingilin, sum talaði við meg: «Hvar fara tær við efuni?» Hann svaraði mær: «Tær fara at reisa henni hús í Sinears landi, og tá ið tað er uppkomið, seta tær hana á stað hennara.»
Á fjórða ríkisári Dáriusar kongs, kom orð Harrans til Zakarja á fjórða degi hins níggjunda mánaðar, í kislev mánaði. Tá vórðu Betel-Sarezer og Regem-Melek og menn hansara sendir avstað til tess at biðja Harran um náði við hesum fyrispurningi til prestarnar við hús Harra herliðanna og til profetarnar: «Skal eg enn gráta og fasta í fimta mánaði, eins og eg nú havi gjørt í mong ár?» Tá kom orð Harra herliðanna til mín soljóðandi: Sig við fólkið alt í landinum og við prestarnar: Tit hava nú í sjeyti ár fastað og syrgt í fimta og sjeynda mánaðinum, men er tað mín vegna, at tit hava fastað? Og tit hava etið og drukkið, men eru tað ikki tit sjálvir, sum hava etið og drukkið? Eru hetta ikki tey orð, sum Harrin læt kunngera við hinum fyrru profetunum, tá ið fólkið enn livdi í friði og náðum í Jerúsalem og borgunum har um leið, og suðurlandið og láglandið enn var bygt? Og orð Harrans kom framvegis til Zakarja soljóðandi: So sigur Harri herliðanna: Dømið rættvísar dómar og eyðsýnið hvør øðrum kærleika og miskunnsemi; kúgið ikki einkjur og faðirleys, fremmandar og neyðstødd, og havið ikki ilt í huga hvør móti øðrum! Men teir vildu ikki geva tí gætur og treiskaðust; teir gjørdu oyru síni deyv, til tess at teir ikki skuldu hoyra, og hjørtu síni gjørdu teir hørð sum diamant, so at teir ikki hoyrdu lógina og tey orð, sum Harri herliðanna við anda sínum sendi við hinum fyrru profetunum; tí kom mikil vreiði frá Harra herliðanna. Men eins og hann kallaði, og teir vildu ikki hoyra, soleiðis skal eg ikki heldur hoyra, tá ið teir rópa til mín, sigur Harri herliðanna; eg skal foykja teir út millum allar tjóðir, sum teir ikki kenna, so at landið liggur eftir teir sum oyðimørk, har eingin ferðast burtur og aftur. At oyðimørk teir gjørdu tað yndisliga landið.
Orð Harra herliðanna kom soljóðandi: So sigur Harri herliðanna: Eg eri vandlátur um Zion við miklum vandlæti; ja, av miklari vreiði eri eg vandlátur um hana. So sigur Harrin: Eg komi aftur til Zions og taki upp bústað í miðjari Jerúsalem; og Jerúsalem skal nevnast «borgin trúfasta», og fjall Harra herliðanna «fjallið halga». So sigur Harri herliðanna: Enn skulu gamlir menn og gamlar konur sita á Jerúsalems torgum og hvør teirra hava stav í hendi fyri elli sakir. Borgartorgini skulu vera full av dreingjum og gentum, ið har halda sær at gaman. So sigur Harri herliðanna: Um tað nú tykist teimum, ið eftir eru av hesum fólki, ómøguligt, man tað tá eisini tykjast mær ómøguligt? sigur Harri herliðanna. So sigur Harri herliðanna: Sí, eg man bjarga fólki mínum heim úr landinum fyri eystan og úr landinum fyri vestan; eg flyti tey heim aftur, og tey skulu búgva í miðjari Jerúsalem og vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra í trúfesti og rættlæti. So sigur Harri herliðanna: Verið hugreystir tit, sum á hesum døgum hava hoyrt hesi orð av munni profetanna alt frá tí degi, tá grundað varð fyri húsi Harra herliðanna, so at templið kundi verða bygt. Tí at frammanundan hesum døgum kom eingin úrtøka burtur úr strevi manna og strevi djóra; tey, sum gingu út og inn, fingu ongan frið fyri fíggindum, og allar menn læt eg leypa hvønn á annan. Men nú vil eg ikki vera móti teimum, ið eftir eru av hesum fólki, eins og eg var í forðum, sigur Harri herliðanna; tí at nú sái eg frið; víntræið skal bera sín ávøkst, jørðin sín gróður, og himinin veita sína døgg; og alt hetta gevi eg teimum, ið eftir eru av hesum fólki, til ognar. Og eins og tit, Júda ætt og Ísraels ætt, hava verið havdar sum bølbiðingarorð millum tjóðanna, soleiðis skulu tit nú, tá ið eg havi frelst tykkum, verða eitt signingarynski. Óttist ikki, verið hugreystir. Tí at so sigur Harri herliðanna: Eins og eg seti í meg at fara illa við tykkum, tá ið fedrar tykkara reittu meg til vreiði, og eg ikki iðraði meg um tað, sigur Harri herliðanna, soleiðis havi eg aftur sett í meg á hesum døgum at gera væl móti Jerúsalem og Júdahúsi. Óttist ikki. Hetta er tað, sum tit eiga at gera: Talið sannleika hvør við annan og dømið í borgarliðum tykkara rættvísar dómar, ið elva frið; havið ikki ilt í huga hvør móti øðrum og stundið ikki eftir at gera rangar eiðir; tí at alt tílíkt hati eg, sigur Harrin. Og orð Harra herliðanna kom til mín soljóðandi: So sigur Harri herliðanna: Føstan í fjórða mánaði og føstan í fimta mánaði og føstan í sjeynda mánaði og føstan í tíggjunda mánaði skulu vera Júdahúsi til gleði og fagnaðar og at sælum hátíðar døgum; men elskið sannleika og frið. So sigur Harri herliðanna: Enn skulu koma heilar tjóðir og fólk úr mongum borgum; og íbúgvar úr eini borg skulu koma til íbúgvar í aðrari borg og siga: Latum okkum fara at blíðka Harran og søkja Harra herliðanna! Eisini eg komi við! Soleiðis munnu fjølmentir tjóðflokkar og veldigar tjóðir koma til tess at søkja Harra herliðanna í Jerúsalem og til tess at biðja Harran um náði. So sigur Harri herliðanna: Á teimum døgum munnu tíggju menn av øllum tungumálum tjóðanna tríva í kyrtilfaldin hjá einum Júdamanni og siga: Vær viljum fara við tykkum, tí at vær høvum hoyrt, at Guð er við tykkum.
Spádómurin. Orð Harrans er í Hádraks landi, og bústaður hans er Dámaskus vorðin. Árams borgir eru Harrans, eisini Hámat, tess grannatjóð, og Zidon, tí at mikil er vísdómur hennara. Týrus bygdi sær virki og savnaði sær saman silvur eins og dusm og reyðargull eins og túnasóp. Men nú skal Harrin fara við tí; varnarvirki hennara hann smildrar út í havið, og sjálv skal hon verða oydd í eldi. Askalon sær tað og óttast, Gaza og Ekron nøtra so sáran, tí at álit teirra varð fyri ongum, Gaza missir sín kong, og Askalon skal óbygd liggja; og í Asdod skal harkalið hølast; eg geri enda á dramblæti Filista; eg taki blóðið út úr munni teirra og andstygdirnar undan tonnum teirra, so at eisini teir verða Guði várum leivd og ættargrein í Júda, og Ekronitar eins og Jebusitar. Eg skal vera eins og varðmaður fyri húsi mínum móti teimum, sum har koma og fara; eingin kúgari skal meira fara gjøgnum land teirra; tí at nú havi eg sæð tað við egnum eygum. Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir; Sí, kongur tín til tín kemur, rættvísur er hann og sigursælur, lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola. Hann oyðir hervagnar úr Efraim og hestar úr Jerúsalem; stríðsbogan brýtur hann sundur og birtir frið millum tjóða við sínum orði; frá havi til havs skal vald hans røkka, frá Ánni alt at endamarkum jarðar. Vegna blóð sáttmála tíns lati eg fangar tínar leysar úr hini vatnleysu gryvju. Vendið heim aftur til hina víggirdu borg, tit vónríku fangar. Eisini nú skal tað ljóða: Eg endurgjaldi tær tvífalt! Tí at eg spenni Júda sum boga, leggi Efraim á sum ørv og reki synir tínar, Zion, upp ímóti sonum Jávans og geri teg sum svørðið í hond á hetju. Harrin man birtast fyri teimum, og ørvar hansara fara út sum snarljós; Harrin, drottin, blæsur í lúður, fer fram í stormum av suðri. Yvir teimum Harri herliðanna heldur sín skjøldur; teir týna sleingigarparnar og traðka teir niður; blóð teirra drekka teir sum vín og eru á tremur sum offurbolli, rýddir í blóði sum altarsins horn. Tá skal Harrin, Guð teirra, frelsa teir og goyma at teimum sum at fylgi, tí at sum gimsteinar í krúnu skyggja teir yvir land hans. Hvør mikil er góðska tess og fagurleiki; tað ber bæði korn og vín og elur upp ungar menn og moyggjar!
Biðið Harran um regn; hann gevur várregn og heystregn; hann veitir monnum og markarinnar urtum toruveður við glopraregni. Men tala húsgudanna er svik, og lygnir skoða spásagnarmenninir, dreymarnir siga frá ongum, og fánýt er uggan teirra; tessvegna reika tey um eins og fylgi, neyðstødd, av tí at eingin er hirðin. Móti hirðunum brennur mín vreiði; eg heimsøki oddaseyðirnar; tí at Harri herliðanna vitjar sítt fylgi, Júdaætt, og ger teir glæsiligar eins og gangara í stríði. Frá honum kemur hornsteinur og tjaldhælur, frá honum kemur stríðsbogin, og frá honum kemur hvør ein herhøvdingi. Allir verða teir menn, sum í bardaga traðka niður hetjur eins og skarn á gøtum; dirvisliga munnu teir berjast, tí at Harrin við teimum er; men til skammar verða teir, sum á hestum ríða. Eg dirvi Júdahús og veiti Jósefs húsi frelsu; í miskunn míni eg føri teir heim aftur, so at teir verða, eins og teir ongantíð høvdu verið burturriknir; tí at eg eri Harrin, Guð teirra, og bønhoyri teir. Tá verða Efraims menn hetjum líkir; hjørtu teirra gleðast eins og av víni, synir teirra skulu síggja tað og gleðast; hjørtu teirra fegnast í Harranum. Eg bríksli á teir og savni teir saman, tí at eg loysi teir út, og teir skulu aftur verða fjølmentir sum í forðum. Eg sáddi teir út millum tjóðanna; men í fjarlegdini mintust teir til mín og aldu har børn til tess at koma heim aftur. Eg flyti tey heim aftur úr Egyptalandi og savni tey úr Assurs landi, eg leiði tey inn í Gileads land og inn á Libanon; men ikki munnu teir rúmast har. Teir fara gjøgnum trongdarinnar hav; hann leggur niður sjógv fyri teimum; allir Níláarstreymar torna upp; lúta má dramblæti Assurs, Egyptalands kongsstavur dvína. Men teir styrki eg í Harranum; í navni hansara skulu teir ganga, sigur Harrin.
Libanon, lat upp tíni lið, so at eldur fær oytt tíni sedristrø. Vena teg, sypristræ, tí at fallið er sedristræið, sorlað liggja hini vegligu trø! Venið tykkum, tit Básjans eikir, tí at jarðlagdur liggur hin friðaði skógur! Hoyr, hvussu hirðarnir vena seg, tí at hagi teirra er oyddur! Hoyr, hvussu ungljónið ýlir, tí at týndur er stoltleiki Jórdans! So segði Harrin, Guð mín: Røkta skurðseyðin, tí at keyparar teirra slátra hann uttan at bøta afturfyri, og seljarar teirra siga: «Lovaður veri Harrin, tí at nú eri eg vorðin ríkur.» Og hirðarnir várkunna teimum ikki. Tí at nú vil eg ikki longur eira íbúgvum landsins, sigur Harrin, men gevi hvønn teirra upp í hendurnar á hirða sínum og upp í hendurnar á kongi sínum; teir skulu oyða landið, og eg man ongan frelsa undan valdi teirra. Tá tók eg at røkta skurðseyðin fyri seyðakeypararnar og fekk mær tveir stavir; annan nevndi eg «yndisleika» og annan «sameining» og røktaði síðan seyðin. Eftir einum mánaði beindi eg fyri trimum hirðum – tá leiddist mær við teir, og eisini teir fingu ótokka til mín. Tá segði eg: «Doyggi tað, sum doyggja má, og farist tað, sum farast má, og tað, sum tá verður eftir, eti hvørt annað upp!» Síðan tók eg stavin, sum nevndist «yndisleiki», og breyt hann sundur til tess at slíta tann sáttmála, sum eg hevði gjørt við allar tjóðir, og sama dagin varð hann slitin. Tá skiltu seyðakeypararnir, sum eygleiddu meg, at tað var orð Harrans. Eg segði tá við teir: «Um tað hóvar tykkum, tá gevið mær løn mína; men vilja tit ikki, tá latið tað vera;» tá vógu teir av silvuri tríati siklar sum løn mína. Men Harrin segði við meg: «Kasta tað í fæhirðsluna, hatta dýra virðið, sum tú varðst mettur til av teimum!» Tá tók eg teir tríati silvursiklarnar og kastaði teir í fæhirðsluna í húsi Harrans. Síðan breyt eg sundur hin stavin, «Sameining», til tess at slíta brøðralagið millum Júda og Ísraels. Harrin segði nú við meg: Búgv teg aftur út, men hesa ferð sum óvættishirði; tí sí, eg ætli at lata hirða rísa upp í landinum, sum ikki leggur í tað, sum farist hevur, og ikki leitar eftir tí, sum vilst er, sum ikki grøðir tað limaløstaða og ikki gevur tí svanga at eta, men heldur etur kjøtið av teimum feitu djórunum og skræðir kleyvarnar av teimum. Vei, hinum ónýta hirða, sum gevur fylgið yvir! Svørð móti armi hans og móti hans høgra eyga; armur hans skal allur følna og høgra eyga hans verða starblint!
Spádómur. Orð Harrans um Ísrael; tað ljóðar frá Harranum, sum tandi út himinin, grundvallaði jørðina og myndaði andan í brósti mansins. Sí, eg geri Jerúsalem at ørvitissteypi fyri allar tjóðirnar kring hana; eisini Júda skal vera við at kringseta Jerúsalem. Á tí degi geri eg Jerúsalem at havi fyri allar tjóðir; hvør, ið roynir at lyfta tí, skal meiðsla seg til blóðs, og allar jarðarinnar tjóðir skulu savna seg ímóti henni. Á tí degi, sigur Harrin, loypi eg skelk á allar hestar og taki vitið frá reiðmonnunum. Á Júda húsi lati eg eyguni upp, men slái heidningarnar blindar. Tá munnu ættarhøvdingar Júda hugsa við sær: «Íbúgvar Jerúsalems hava styrki sína í Harra herliðanna, Guði sínum!» Á tí degi geri eg ættarhøvdingar Júda eins og glóðarker í viðarúgvuni, eins og brennandi kyndil í bundum; og tey skulu oyða frá sær í allar ættir og brenna heidningarnar upp. Men Jerúsalem skal verða standandi á sínum staði sum áður. Fyrst man Harrin veita Júda tjøldum hjálp, so at ikki hús Dávids og íbúgvar Jerúsalems í navnfremi skulu bera av Júda. Á tí degi skal Harrin halda sín verndarskjøldur yvir íbúgvum Jerúsalems; hin máttminsti teirra skal á tí degi vera sum Dávid sjálvur og Dávids hús eins og Guð, eins og eingil Harrans á odda teirra. Á tí degi, tá ið eg fari undir at týna allar heidningatjóðir, ið herja á Jerúsalem, tá helli eg út yvir hús Dávids og yvir íbúgvar Jerúsalems náðar- og bønaranda, so at tey líta til hansara, sum teir hava gjøgnumgatað og harma hann eins og lívlát einkarbarnsins og syrgja hann, eins og frumgitni sonurin verður syrgdur. Á tí degi verður mikil harmgrátur í Jerúsalem eins og harmgrátur Hádad-Rimons í Megiddo-dali. Alt landið man syrgja, hvør kyntáttur fyri seg, kyntáttur Dávids ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Nátans ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Levi ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Sjimeita fyri seg og konur teirra fyri seg; allir teir kyntættir, ið eftir eru, hvør fyri seg og konur teirra fyri seg.
Á tí degi skal opin lind standa Dávids húsi og íbúgvum Jerúsalems til handar til at tváa burtur synd og óreinsku; og á tí degi, sigur Harri herliðanna, man eg oyða nøvn skurðgudanna úr landinum, so at eingin minnist teir meira, ja, eisini profetarnar og óreinleikans anda reki eg úr landinum. Og um einhvør aftur stígur fram sum profetur, tá skulu faðir hans og móðir, hansara egnu foreldur, siga við hann: «Tú hevur gjørt fyri lívi tínum, tí at talað hevur tú lygn í navni Harrans.» Og faðir hans og móðir, hansara egnu foreldur, skulu gjøgnumgata hann, meðan hann profeterar; á tí degi skulu allir profetar fáa skomm av sjónum og spádómum sínum og ikki meira ganga í loðskikkju til tess at teipa aðrar, men siga: «Eg eri eingin profetur; eg eri jarðyrkismaður, og við jarðaryrki havi eg fingist frá ungdóminum.» Og verður hann spurdur: «Hvat eru hatta fyri meiðsl í bringu tíni?» Tá man hann svara: «Hatta er komið av teim høggum, sum eg havi fingið í húsi ástvina mína.» Bregð tær, svørð, móti hirða mínum, móti manninum, ið stendur mær nær, sigur Harri herliðanna! Hirðan vil eg sláa, so at seyðirnir verða spjaddir; og móti sveinunum hevji eg hondina. Tá skulu í øllum landinum, sigur Harrin, tveir triðingar verða týndir og andast, og ein triðingur skal verða eftir. Henda triðingin leiði eg gjøgnum eld og bræði hann, eins og silvur verður brætt, og reinsi hann, eins og gull verður reinsað. Hann man kalla á navn mítt, og eg man bønhoyra hann; og eg man siga: «Hetta er fólk mítt.» Og hann man siga: «Harrin er Guð mín!»
Sí, tað kemur ein dagur, dagur Harrans, tá herfongur tín verður sundurskiftur í miðjum tær. Eg savni allar heidningatjóðir til bardaga móti Jerúsalem; hertikin skal borgin verða; húsini verða rænd, konurnar neyðtiknar, og helmingur borgarbúgvanna skal fara í útlegd, men tað, sum tá er eftir, skal ikki verða oytt úr borgini. Men tá man Harrin halda í bardaga móti hesum tjóðum, eins og tá hann bardist í forðum á orrustudegnum. Á tí degi munnu føtur hansara standa á Oljufjallinum, sum er eystanvert við Jerúsalem; og Oljufjallið skal klovna um tvørt frá eystri til vesturs, so at har verður ovurstórur dalur, tí at annar helmingur fjalsins man víkja til norðurs og hin til suðurs; og tit skulu flýggja í fjalladal mín – tí at fjalladalurin røkkur til Ázal – og tit skulu flýggja, eins og tit flýddu hina ferðina undan jarðskjálvtanum á døgum Uzzia, Júdakongs. Og tá kemur Harrin, Guð tín, og við honum allir hinir heilagu hans. Á tí degi verður hvørki hiti, kuldi ella frost; tað verður dagur uttan íhald – dagur, sum er Harranum kunnur – nátt og dagur skulu ikki skifta; og eisini um kvøldið skal vera ljóst. Á tí degi man livandi vatn streyma út úr Jerúsalem, annar helmingur tess skal renna út í eysturhavið og hin helmingurin út í vesturhavið; á sumri sum á vetri skal tað streyma. Tá verður Harrin kongur um allan heimin; og á tí degi man Harrin vera ein og navn hans eitt. Og landið alt skal vera ein einasti slætti frá Gebu alt at Rimmon í suðuri; men Jerúsalem skal liggja hátt hevjað á sama staði sínum og vera bygd frá Benjamins liði og hagar, sum hitt fyrra liðið var, alt at hornliðinum, frá Hánaels torni alt at vínfargum kongsins; har skal einki vera vígt deyðanum meira, og Jerúsalem skal liggja ekkaleys. Men hetta skal vera tann plágan, sum Harrin letur koma yvir allar tær tjóðir, sum fóru í hernað móti Jerúsalem! Hold teirra skal rotna, sum teir standa, eyguni hjadna í eygnaholum teirra og tungan í munni teirra visna. Á tí degi skal mikil ræðsla frá Harranum koma yvir teir; teir skulu tríva hvør í annan og leggja hond hvør á annan. Eisini Júda skal berjast í Jerúsalem; og eyður alra tjóða har um leið skal verða samansavnaður, bæði gull og silvur og almikið av klæðum. Og sama plágan skal koma yvir hestar, múldjór, kamelar, asnar og allan fenað, sum teir hava í herbúðum sínum. Og allir teir, ið eftir verða av teimum heidningatjóðunum, ið fóru herferð móti Jerúsalem, munnu á hvørjum ári fara niðan hagar at tilbiðja kongin, Harra herliðanna, og halda leyvskálahátíðina. Men er tá okkurt fólk á jørð, sum ikki fer niðan til Jerúsalem at tilbiðja kongin, Harra herliðanna, hjá tí fólki skal eingin regnskúrur koma. Og um Egyptalands fólk ikki fer niðan og ikki kemur hagar, tá skal sama plágan koma yvir teir, sum Harrin letur koma yvir heidningatjóðirnar. Hetta verður syndarevsing Egyptalands og alra teirra tjóða, sum ikki fara niðan til tess at halda leyvskálahátíðina. Á tí degi skal standa á bjøllum hestanna: «Halgaðir Harranum»; og ketlarnir í húsi Harrans skulu vera eins og offurbollarnir fyri altarinum; ja, hvør ketil í Jerúsalem og Júda skal vera halgaður Harra herliðanna; og allir teir, sum koma at bera fram offur, skulu taka einhvønn teirra til at kóka í; og á tí degi skal eingin sølumaður meira finnast í húsi Harra herliðanna.
Spádómur. Orð Harrans til Ísraels við Málaki. Eg elski tykkum, sigur Harrin, men tit spyrja: Við hvørjum hevur tú sýnt okkum kærleika? Er ikki Esav bróðir Jákups? sigur Harrin, og eg elskaði Jákup, men Esav hataði eg og avoyddi fjallabygdir hans og gjørdi arvalut hans at oyðimørk. Um Edómitar siga: Vit eru farnir í sorl og sor, men vilja byggja toftirnar upp aftur, tá sigur Harri herliðanna: Byggi teir, eg man ríva niður; teir skulu verða kallaðir gudloysis land, og tann tjóð, ið Harrin um allar ævir er illur við! Tit munnu síggja tað við egnum eygum og siga: Mikil er Harrin langt út um landamark Ísraels! Sonur skal heiðra faðir sín, og trælur skal óttast húsbónda sín. Men eri eg faðir, hvar er tá heiðurin, ið sømir mær? Og eri eg húsbóndi, hvar er tá óttin fyri mær? sigur Harri herliðanna við tykkum prestar, ið vanvirða navn mítt. Men tit spyrja: Við hvørjum vanvirða vit navn títt? Við at bera óreinan mat upp í altar mítt. Og enn spyrja tit: Við hvørjum hava vit gjørt hann óreinan? Við at siga: Borð Harrans er lítilsvert. Er tað rætt av tykkum at ofra blind djór? Er tað beint av tykkum at ofra lamin og brekað djór? Flýggja landsstjóra tínum tey! Man honum fara at dáma tað? Ella man hann fagna tær væl? sigur Harri herliðanna. Og nú royna tit at blíðka Guð, til tess at hann várkunnar okkum! Men tykkara er skuldin; man hann tí kunna fagna tykkum væl? sigur Harri herliðanna. Gævi onkur av tykkum hevði læst hurðarnar, so at tit ikki kynda eld til einkis á altari mínum! Eg havi ongan tokka í tykkum, sigur Harri herliðanna, og offurgávur av hendi tykkara líkar mær ikki. Tí at frá sólarrenning til sólseturs er navn mítt mikið fólkanna millum, og allar staðir verður navni mínum ofrað roykilsi og reint grónoffur; tí at navn mítt er mikið fólkanna millum, sigur Harri herliðanna. Men tit vanhalga tað við at siga: Borð Harrans er óreint, og tað, vit fáa av tí til matna, er einkisvert. Tit siga: Sovorðið knoss! og háða tað, sigur Harri herliðanna, og tit bera fram tað, ið rænt er, ja, brekað og sjúk djór, og bera tað fram sum offurgávu! Man eg hava tokka í tílíkum av hendi tykkara? sigur Harri herliðanna. Bølbiðin veri tann svíkjari, ið hevur valadjór í fylgi sínum og ger heiti, men ofrar Harranum eitt brekað! Tí mikil kongur eri eg, sigur Harri herliðanna, og menn óttast navn mítt heidninganna millum.
Men nú fáa tit prestar hesa ávaring: Um tit ikki eru lýdnir, og um tit ikki minnast til at dýrmeta navn mítt, sigur Harri herliðanna, tá sendi eg bølbiðingina yvir tykkum og geri signing tykkara til bølbiðingar, ja, eg snúgvi henni í bølbiðing, av tí at tit ikki løgdu tykkum tað í geyma. Sí, eg kvetti armin av tykkum og tveiti trekk upp í andlit tykkara, ja, trekkin frá hátíðum tykkara; og sjálvir skulu tit verða tveittir í hann. Tá munnu tit viðurkenna, at eg havi sent tykkum hesa viðvaring, til tess at sáttmáli mín við Levi má standa við, sigur Harri herliðanna. Sáttmáli mín við hann var, at eg skuldi veita honum lív og sælu, meðan hann skuldi óttast meg og níga fyri navni mínum. Sonn leiðbeining var í munni hans, og ranglæti var ikki funnið á vørrum hans; í friði og rættlæti fylgdi hann mær, og mong aftraði hann frá misgerðum. Varrar prestsins varðveita fróðskap, og leiðbeining søkja menn av munni hans; tí at ørindreki Harra herliðanna er hann. Men tit eru farnir av leið og hava fingið mong at snáva við leiðbeining tykkara; sáttmála mín við Levi hava tit spilt, sigur Harri herliðanna. Tessvegna havi eg latið tykkum vera vanvirdar og lítlar í metum hjá allari tjóðini, av tí at tit ikki fylgdu vegi mínum og gera mannamun við leiðbeiningini. Hava vit ikki allir ein faðir? Hevur ikki sami Guð skapað okkum? Hví eru vit tá trúleysir hvør móti øðrum, so at vit vanvirða sáttmála fedra vára? Júda er trúleysur; andstygdir verða framdar í Ísrael, ja, í Jerúsalem; tí at Júda hevur vanhalgað halgidóm Harrans, sum hann elskar, og hevur fingið sær dóttur at útlendskum gudi til konu. Harrin lati hann, ið tílíkt ger, ongan hava til at vaka og verja í tjaldbúðum Jákups og til at bera Harra herliðanna offurgávu. Og tínæst gera tit hetta við: Tit hylja altar Harrans við tárum, gráti og stynjan; men hann lítur ikki at offurgávum tykkara og tekur ikki í vælvild við gávum av hondum tykkara. Og tit spyrja: «Hví?» Av tí at Harrin var vitni við hjúnasáttmálan millum tín og ungdómskonu tínar, sum tú nú hevur slitið trúskap við, tó at hon er av tjóð tíni og sáttmálavív títt. Hevur ikki hin eini Guð skapað tykkum hold og sál sum eitt? Og hvat krevur ein av Guði annað enn avkom? Varðið tykkum tí um lív tykkara, og slítið ikki trúskap við ungdómsvív tykkara. Tí at eg hati hjúnaskilnað, sigur Harrin, Ísraels Guð, og tann, ið hylur klæði síni við illskapi, sigur Harri herliðanna. Varðið tykkum tí um lív tykkara og verið ikki trúleysir.
Sí, eg sendi ørindreka mín; hann skal greiða vegin undan mær; og brádliga kemur hann í tempul sítt, Harrin, ið tit søkja, og boðberi sáttmálans, ið tit stunda eftir; sí, hann kemur, sigur Harri herliðanna. Men hvør kann halda við tann dagin, tá ið hann kemur? Og hvør kann standast, tá ið hann birtist? Tí at hann er eins og eldur málmbræðarans, eins og lútur tváarans. Og hann man sita og bræða og reinsa silvurið; og hann man reinsa synir Levi og gera teir skírar eins og gull og silvur, so at teir bera Harranum offurgávur í rættlæti, so at offurgáva Júda og Jerúsalems má tóknast Harranum eins og í gomlum døgum og í farnum árum. Og eg man nærkast tykkum til dóms og brádliga verða vitni móti gandakøllum og hjúnabandsslítarum, móti teimum, ið gera rangan eið, og móti teimum, ið skerja løn bønarmansins og kúga einkjur og faðirleys og reingja rættin hjá teimum fremmandu, men ikki óttast meg, sigur Harri herliðanna. Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur, men tit hava ikki lætt av at vera børn Jákups. Síðan á døgum fedra tykkara eru tit fráviknir og hava ikki hildið boðorð míni. Snúgvið tykkum aftur til mín, so skal eg snúgva mær aftur til tykkara, sigur Harri herliðanna. Og tit spyrja: Hvussu eiga vit at snúgva okkum aftur? Eigur maður at teipa Guð? Av sonnum tit teipa meg! og so spyrja tit: Við hvørjum hava vit teipað teg? Við tíggjundini og offuravskurðinum. Mikil bølbiðing er komin yvir tykkum, og tó teipa tit meg – ja, soleiðis ger alt fólkið. Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. Og eg vil kísta tykkum átvargin burtur, so at hann ikki oyðir tykkum ávøkst jarðarinnar og spillir ikki gróður víntræsins, sigur Harri herliðanna. Tá munnu allar tjóðir telja tykkum sæl, av tí at tit hava yndisligt land, sigur Harri herliðanna. Tit geva mær hørð ummæli, sigur Harrin, og tit spyrja: Hvat hava vit tá sagt okkara millum um teg? Tit siga: At tæna Guði er tómleiki; hvønn ávinning fingu vit, tá ið vit varðveittu boðorð hans og gingu í sorgarbúna fyri ásjón Harra herliðanna? Tí telja vit nú sælar hinar vándu, teir, ið fremja gudloysi og kortini trívast væl; teir freista Guð og sleppa órevsaðir. Slíkt mæltu teir, ið óttast Harran, fyri munni sín ámillum; og Harrin gav gætur og lýddi á; og bók varð ritað frammi fyri ásjón hansara til minnis um teir, ið óttast Harran og hávirða navn hansara. Á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj, sigur Harri herliðanna, verða teir ogn mín, og eg várkunni teimum, eins og maður várkunnar syni sínum, ið honum tænir. Tá munnu tit aftur síggja mun á rættvísum og órættvísum, á honum, ið tænir Guði, og honum, ið ikki tænir Guði.
Tí sí, dagurin kemur, brennandi eins og ovnur; og allir hinir hástóru og allir teir, ið órættvísi fremja, verða eins og hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á teir, sigur Harri herliðanna, so at hvørki rót ella grein verður eftir av teimum. Men yvir tykkum, ið óttast navn mítt, skal rættvísisólin rísa við heilsubót undir veingjum sínum; og tit munnu ganga út á vøll at spæla tykkum, eins og kálvar slopnir úr kvíggj, og traðka hinar gudleysu niður, so at teir verða bos undir iljum tykkara, á tí degi tá ið eg taki mær um reiggj, sigur Harri herliðanna. Minnist lógina, sum eg álegði Mósesi, tænara mínum, á Hórebs fjalli, og øll boðorð og lógmál viðvíkjandi øllum Ísrael. Sí, eg sendi tykkum Elia profet, áður enn Harrans mikli og øgiligi dagur kemur. Hann skal snúgva hjørtum fedranna at børnunum og hjørtum barnanna at fedrunum, til tess at eg skal ikki koma og sláa landið við deyðavígslu.
Ættarbók Jesu Krists, Dávids sonar, Ábrahams sonar. Ábraham átti Ísak; og Ísakur átti Jákup; og Jákup átti Júda og brøður hansara; og Júda átti Peres og Sera við Támar; og Peres átti Hesron; og Hesron átti Rám; og Rám átti Amminadab; og Amminadab átti Náhson; og Náhson átti Salmon; og Salmon átti Bóas við Ráhab; og Bóas átti Óbed við Rut; og Óbed átti Ísai; og Ísai átti Dávid kong; og Dávid kongur átti Sálomon við konu Uriasar; og Sálomon átti Róboam; og Róboam átti Ábia; og Ábia átti Ása; og Ása átti Jósafat; og Jósafat átti Jóram; og Jóram átti Ussia; og Ussia átti Jótam; og Jótam átti Ákas; og Ákas átti Esekia; og Esekia átti Manasse; og Manasse átti Ámon; og Ámon átti Jósia; og Jósia átti Jekonja og brøður hansara um tað mundið, tá ið fólkið fór í útlegd til Bábylon. Men eftir útlegdina í Bábylon átti Jekonja Sealtiel; og Sealtiel átti Serubábel; og Serubábel átti Ábiud; og Ábiud átti Eljakim; og Eljakim átti Ásor; og Ásor átti Sádok; og Sádok átti Ákim; og Ákim átti Eluid; og Eliud átti Eleasar; og Eleasar átti Mattan; og Mattan átti Jákup; og Jákup átti Jósef, mann Mariu; og av henni varð Jesus, ið nevnist Kristus, borin í heim. Soleiðis eru allir ættarliðirnir frá Ábrahami til Dávids fjúrtan ættarliðir; og frá Dávidi til útlegdina í Bábylon fjúrtan ættarliðir, og frá útlegdini í Bábylon til Krists fjúrtan ættarliðir. Men við føðing Jesu Krists gekk tað soleiðis til: Tá ið Maria, móðir hansara, var trúlovað Jósefi, so kendist tað á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn av hinum heilaga anda. Men við tað at Jósef, maður hennara, var ein rættvísur maður og ikki vildi gera hana opinberliga til skammar, ætlaði hann í loyndum at skilja seg frá henni. Men meðan hann hugsaði um hetta, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri honum og segði: «Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí at tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda. Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.» Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: «Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel»; tað merkir: «Guð við okkum.» Men tá ið Jósef vaknaði upp úr svøvni, gjørdi hann, soleiðis sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók konu sína til sín. Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus.
Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: «Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.» Men tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann óttafullur og øll Jerúsalem við honum; og hann sendi boð eftir øllum høvuðsprestum og skriftlærdum monnum fólksins og spurdi teir, hvar Kristus átti at verða føddur. Og teir søgdu honum: «Í Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum: «Og tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.» Tá rópaði Heródes vísmenninar til sín á loynum og spurdi teir gjølla um tíðina, tá ið stjørnan var komin til sjóndar; og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: «Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað.» Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. Og av tí at teir í dreymi høvdu fingið eina ávaring frá Guði um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, tóku teir eina aðra leið heim aftur til land sítt. Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: «Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.» Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: «Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.» Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum. Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur.» Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði: «Statt upp og tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka barnið av lívi.» Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands. Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar. Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eitur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi kallast Nasareari.
Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu, og hann sigur: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.» Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.» Men hesin sami Jóhannes hevði klæði síni av kamelhárum og eitt leðurbelti um lendar sínar; og føði hansara var grashoppur og villur hunangur. Tá fóru tey út til hansara, Jerúsalem og øll Júdea og alt landið íkring Jórdan; og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar. Men tá ið hann sá mangar av Farisearum og Saddukearum koma til dóps hjá sær, segði hann við teir: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: Vit hava Ábraham til faðir; tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin. Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni, og hann skal tína allan sodn sín; kornið skal hann goyma saman í løðuna, men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.» Tá kemur Jesus úr Galileu til Jórdans til Jóhannesar at verða doyptur av honum. Men Jóhannes vildi forða honum og segði: «Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!» Men Jesus svaraði og segði við hann: «Lat tær nú eftirlíka, tí at soleiðis sømir tað okkum at gera alt tað, ið rætt er.» Tá eftirlíkaði hann honum. Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí, himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guðs anda fara niður sum eina dúgvu og koma yvir hann. Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.»
Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum. Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans. Og freistarin kom til hansara og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.» Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.» Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.» Jesus segði við hann: «Uppaftur stendur skrivað: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»» Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: «Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.» Tá sigur Jesus við hann: «Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»» Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum. Men tá ið Jesus hevði fingið at frætta, at Jóhannes var givin upp í fígginda hendur, fór hann avstað burtur til Galileu. Og hann flutti úr Nasaret og kom og búsettist í Kapernaum, ið er við vatnið í Sebulons og Naftalis landslutum, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: «Sebulons land og land Naftalis fram við vatninum, landið hinumegin Jórdan, Galilea heidninganna, fólkið, ið sat í myrkri, hevur sæð eitt stórt ljós, og teimum, ið sótu í landi og skugga deyðans, er ljós upp runnið.» Eftir ta tíð tók Jesus at prædika og siga: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!» Sum hann nú gekk fram við vatninum í Galileu, sá hann tveir brøður, Símun, ið nevnist Pætur, og Andrias, bróður hansara, ið fingust við at seta gørn í vatnið, tí at teir vóru fiskimenn. Og hann sigur við teir: «Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!» Og alt fyri eitt fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. Og sum hann gekk longur fram haðani, sá hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara; teir vóru á báti saman við Sebedeusi, faðir teirra, og bøttu gørn síni. Og hann kallaði teir. Og teir fóru við tað sama frá báti og faðir sínum og fylgdu honum. Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. Og tíðindi um hann gingu um alt Sýriuland. Og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt og vóru fongd av ymsum sjúkdómum og meinum, bæði tey, ið vóru plágað av illum andum, og mánasjúk og lamin, og hann grøddi tey. Og stórar mannamúgvur fylgdu honum úr Galileu og Dekapolis og Jerúsalem og Júdeu og úr bygdunum handan fyri Jórdan.
Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti: «Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum. Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni. Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur í himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur í himmiríki. Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: «Tú mást ikki sláa í hel; men hvør tann, ið slær í hel, skal verða sekur fyri dóminum.» Men eg sigi tykkum, at hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum; og hvør, ið sigur við bróður sín: Raka (t.e. armingi), skal verða sekur fyri ráðinum; og hvør, ið sigur: More (t.e. dári), skal verða sekur til helvitis eld. Um tú tí bert fram gávu tína á altarið, og tað har kemur tær í huga, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, so lat gávu tína verða liggjandi har framman fyri altarinum og far fyrst avstað og verð samdur við bróður tín og kom síðan og ber fram gávu tína. Ver skjótur til sættis við mótstøðumann tín, meðan tú ert enn við honum á leið, fyri ta søk at ikki mótstøðumaðurin skal lata teg til dómarans og dómarin til sveinsins og tú verða koyrdur í fangahús. Sanniliga sigi eg tær: Ikki skalt tú sleppa út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað títt seinasta oyra. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki dríva hor.» Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. Men um høgra eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær, tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt verður kastað í helviti. Og um høgra hond tín freistar teg, tá høgg hana av og kasta hana frá tær; tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt fer til helvitis. So hevur tað verið sagt: «Hvør tann, ið skilst við konu sína, skal geva henni eitt skilnaðarbræv.» Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst, við konu sína, uttan fyri hors sakir, veldur, at hon drívur hor; og hvør tann, ið giftist við eini fráskildari konu, drívur hor. Uppaftur hava tit hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: «Tú mást ikki svørja rangan eið; men tú skalt halda Harranum eiðir tínar.» Men eg sigi tykkum, at tit als ikki eiga at svørja; hvørki við himmalin, tí at hann er hásæti Guðs, ella við jørðina, tí at hon er fótskør hansara; ikki heldur við Jerúsalem, tí at hon er staður hins mikla kongs; ikki heldur mást tú svørja við høvur títt, tí at tú kanst ikki gera eitt hár hvítt ella svart. Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei; men tað, ið kemur út um hetta, er av tí illa. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.» Men eg sigi tykkum, at tit mega ikki seta tykkum ímóti tí illa; men um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eisini; og um onkur vil hava sakarmál við teg og taka kyrtil tín, lat hann eisini fáa kappan; og um onkur noyðir teg at ganga eina míl við sær, gakk tvær við honum. Gev tí, ið biður teg, og vend tær ikki frá tí, ið vil læna frá tær. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.» Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís. Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað; Gera ikki eisini tollarar tað sama? Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við? Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.
Varið tykkum, at tit ikki útinna rættvísi tykkara fyri mannaeygum, til tess at verða sædd av teimum; annars hava tit ikki løn hjá faðir tykkara, sum er í himlunum. Tá ið tú letur olmussu, tá skalt tú ikki blása í lúður framman undan tær, eins og falsararnir gera í samkomuhúsunum og á gøtunum, til tess at teir kunnu fáa heiður av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tá ið tú letur olmussu, tá lat ikki vinstru hond tína vita, hvat høgra hond tín ger, at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær. Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína. Verið tí ikki teimum líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara. Men tá ið tit halda føstu, tá skulu tit ikki vera daprir í andlitsskapi eins og falsararnir; tí at teir avskapa andlit sítt, til tess at teir kunnu vísa seg fastandi fyri monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið! Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon. Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni? Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu? Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í? Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt. Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.
Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált. Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: «Bíða, lat meg taka flísina út úr eyga tínum!» og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga! Tín falsari! Drag fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum. Gevið ikki hundum tað, ið heilagt er, og blakið ikki heldur perlur tykkara fyri svín, at tey ikki skulu traðka tær niður undir fótunum og venda sær við og skræða tykkum sundur. Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir. Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin. Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra. Ikki hvør tann, ið sigur til mín: «Harri, harri,» skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum. Mangir munnu siga við meg á hinum degi: «Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?» Og tá skal eg siga teimum beint út: «Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.» Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.» Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesar talur sínar, tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara; tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.
Men tá ið hann gekk oman av fjallinum, fylgdu honum stórar mannamúgvur. Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: «Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.» Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. Og Jesus sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum frá hesum; men far avstað og sýn teg fyri presti, og ber fram ta gávu, sum Móses hevur ásett, til ein vitnisburð fyri teimum.» Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði: «Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.» Hann sigur við hann: «Eg skal koma og gera hann frískan.» Men herhøvdingin svaraði og segði: «Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.» Tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann og segði við tey, ið fylgdust við honum: «Sanniliga sigi eg tykkum, ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv. Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki; men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.» Og Jesus segði við herhøvdingan: «Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!» Og drongurin varð frískur í somu stund. Og tá ið Jesus kom inn við hús hjá Pæturi, sá hann vermóður hansara liggja sjúka av hitasótt. Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum. Men tá ið komið var at kvøldi, bóru tey til hansara mong, ið vóru plágað av illum andum; og hann rak út andarnar við einum orði; og øllum teimum, ið høvdu ilt, hjálpti hann, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann.» Men tá ið Jesus sá stórar mannamúgvur rundan um seg, beyð hann, at teir skuldu fara yvir um hinumegin. Og har kom fram ein skriftlærdur og segði við hann: «Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» Og Jesus sigur við hann: «Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» Og ein annar av lærusveinunum segði við hann: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» Men Jesus segði við hann: «Fylg tú mær, og lat tey deyðu jarða síni deyðu!» Og tá ið hann steig í bátin, fylgdu honum lærusveinar hansara. Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav. Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: «Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!» Og hann sigur við teir: «Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!» So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn. Men menninir undraðust og søgdu: «Hvør maður er hetta, at bæði vindur og veður eru honum lýðin?» Og tá ið hann var komin yvir um hinumegin í bygdalagið hjá Gadarenum, møttu honum tveir menn við illum andum; teir komu út úr gravarhellunum, ógvuliga ólátaðir, so at eingin kundi sleppa fram tann vegin. Og sí, teir rópaðu og søgdu: «Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs? Ert tú komin higar, áðrenn tíðin er, at pína okkum?» Men langt frá teimum var eitt svínafylgi, sum gekk á biti. Men teir illu andarnir bóðu hann og søgdu: «Um tú rekur okkum út, so lat okkum fara í svínafylgið!» Og hann segði við teir: «Farið!» Men teir fóru út og fóru í svínini; og sí, alt fylgið tusti oman av hamrinum í vatnið og druknaði í vatninum. Men hirðarnir rýmdu og fóru inn í bygdina og søgdu frá øllum, eisini, hvussu monnunum við teimum illu andunum hevði gingist. Og sí, øll bygdin fór út ímóti Jesusi, og tá ið tey sóu hann, bóðu tey hann fara burtur úr bygdaløgum teirra.
Og hann steig inn í bátin og fór yvirum og kom til sína egnu bygd. Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.» Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: «Hesin maðurin spottar Guð.» Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: «Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? Tí hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar,» ella at siga. «Statt upp og gakk?» Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir» – tá sigur hann við hin giktsjúka: – «Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!» Og hann stóð upp og fór heim til sín sjálvs. Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald. Og í tí Jesus fór haðani og gekk longur fram, sá hann ein mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina; og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann stóð upp og fylgdi honum. Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara. Og tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hví etur meistari tykkara saman við tollarum og syndarum?» Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt. Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: «Miskunn mær líkar, og ikki offur.» Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.» Tá komu til hansara lærusveinar Jóhannesar og søgdu: «Hví halda vit og Fariseararnir stranga føstu, men lærusveinar tínir halda ikki føstu?» Og Jesus segði við teir: «Kunnu brúðmenninir syrgja, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Men teir dagar munnu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta. Eingin setir eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; tí at bótin skræðir meir burtur úr klæðunum, og holið verður verri. Ikki heldur lata menn nýtt vín upp í gamlar leðurfløskur; annars spreingjast leðurfløskurnar, og vínið fer til spillis, og fløskurnar forfarast; men menn lata nýtt vín upp í nýggjar leðurfløskur, og tá goymast báðir partar.» Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.» Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara. Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.» Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund. Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann: «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum. Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp. Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir. Og tá ið Jesus fór avstað aftur haðani, gingu tveir blindir menn aftan á honum og rópaðu og søgdu: «Miskunna okkum, Dávids sonur!» Men tá ið hann var komin heim til húsa, komu teir blindu til hansara; og Jesus sigur við teir: «Trúgva tit, at eg kann gera hetta?» Teir siga við hann: «Ja, Harri!» So nam hann við eygu teirra og segði: «So verði tykkum eftir trúgv tykkara!» Og eygu teirra opnaðust. Og Jesus legði teimum ríkan við og segði: «Síggið til, at eingin fær hetta at vita.» Men teir fóru avstað og søgdu tíðindi um hann í øllum bygdunum har um vegir. Men tá ið teir vóru farnir avstað, sí, tá førdu tey til hansara ein dumman mann, sum hevði ein illan anda. Og tá ið hin illi andin var rikin út, talaði hin dummi. Og mannamúgvurnar undraðust á hetta og søgdu: «Ongantíð hevur tílíkt sæst í Ísrael.» Men Fariseararnir søgdu: «Hann rekur út illar andar við høvdinga hinna illu andanna.» Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. Tá sigur hann við lærusveinar sínar: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.»
Og hann kallaði til sín teir tólv lærusveinar sínar og gav teimum vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men hesi eru nøvnini á teimum tólv ápostlunum: Fyrstur Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara, og Jákup, sonur Sebedeusar, og Jóhannes, bróðir hansara. Filippus og Bartolomeus, Tummas og Matteus, tollarin, Jákup, sonur Alfeusar, og Taddeus; Símun Kánanearin og Judas Iskarjot, hin sami, ið sveik hann. Hesar tólv sendi Jesus út, beyð teimum og segði við teir: «Gangið ikki á heidna manna leiðum, og farið ikki inn í nakra bygd hjá Sámáriumonnum; men farið heldur til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi. Og á ferðum tykkara skulu tit prædika og siga: «Himmiríkið er í nánd.» Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar. Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað. Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara, heldur ikki klæðsekk til ferðina ella tvinni klæði ella skógvar ella stav, tí at arbeiðismaðurin er føði sína verdur. Men í hvørjum staði ella hvørjari bygd, sum tit koma í, har skulu tit fregnast um, hvør ið har er, ið er tess verdur, og dvøljist har, inntil tit fara avstað aftur. Og tá ið tit koma inn í eitt hús, tá heilsið tí; og er húsið tess verdugt, tá komi friður tykkara yvir tað; men er tað tess ikki verdugt, tá vendi friður tykkara aftur til tykkara sjálvs. Og um onkur ikki vil taka ímóti tykkum og ikki heldur lýða á orð tykkara, tá farið út úr tí húsi og teirri bygd og ristið dustið burtur undan fótum tykkara. Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd. Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur. Men varið tykkum fyri menniskjum, tí at tey skulu føra tykkum til dómstevnur, og í samkomuhúsum sínum skulu tey húðfleingja tykkum. Og fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mínar sakir til ein vitnisburð fyri teimum og fyri heidningunum. Men tá ið tey geva tykkum upp, so stúrið ikki fyri, hvussu ella hvat tit eiga at tala; tí at tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit eiga at tala. Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum. Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp ímóti foreldrum sínum og taka tey av døgum. Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. Men tá ið tey søkja at tykkum í eini bygd, so flytið í eina aðra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, tit skulu ikki verða lidnir við bygdirnar í Ísrael, áðrenn menniskjusonurin kemur. Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum. Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara. Óttist tí ikki fyri teimum; tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum. Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti. Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar. Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara; og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir. Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí. Tann, ið fagnar tykkum, fagnar mær; og tann, ið mær fagnar, fagnar honum, ið meg sendi. Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.»
Og tað hendi, tá ið Jesus var liðugur við at geva teimum tólv lærusveinum boð, tá fór hann haðani at læra og prædika í bygdum teirra. Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja: Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin. Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.» Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum. Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heim; men hin minsti í himmiríki er størri enn hann. Men frá døgum Jóhannesar doyparans og til nú verður himmiríkið tikið við valdi, og valdsmenn skræða tað til sín. Tí at allir profetarnir og lógin hava profeterað, líka til Jóhannes kom; og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri! Men hvat skal eg líkna hesa ætt við? Hon er lík børnum, ið sita á torgunum og rópa til leikbørn síni og siga: «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit eymkaðu tykkum.» Tí at Jóhannes kom, og hvørki át ella drakk, og tey siga: «Hann hevur ein illan anda.» Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum sínum.» Tá tók hann at skamma tær bygdirnar út, har sum tær flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí at tær ikki høvdu vent um. «Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, ið eru gjørdar í tykkum, verið gjørdar í Týrus og Sidon, tá høvdu tær longu vent um í sekk og øsku. Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Týrus og Sidon frægari á dómadegi enn tykkum. Og tú, Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag. Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.» Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: «Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum! Ja, faðir, tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkaði best! Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann. Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.»
Um tað mundið gekk Jesus um hvíludagin tvørtur um ein akur; men lærusveinar hansara kendu svongd, og teir fóru at slíta sær øks at eta. Men tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við hann: «Sí, lærusveinar tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera ein hvíludag.» Men hann segði við teir: «Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hungraði, og teir, ið við honum vóru? Hvussu hann fór inn í Guðs hús og át sýnisbreyðini, sum hvørki hann ella teir, ið við honum vóru, áttu at eta, men eina prestarnir? Ella hava tit ikki lisið í lógbókini, at um hvíludagin bróta prestarnir halguna í halgidóminum, og eru tó ósekir. Men eg sigi tykkum, at her er tað, ið hevur meir at týða enn halgidómurin. Men um tit høvdu vitað, hvat tað vil siga: «Mær er meir um miskunn enn um offur,» tá mundu tit ikki hava dømt teir, ið sakleysir eru. Tí at menniskjusonurin er hvíludagsins harri.» Og hann fór burtur haðani og kom inn í samkomuhús teirra. Og sí, har var ein maður, ið hevði eina visna hond; og teir spurdu hann og søgdu: «Er tað loyviligt at grøða nakran um hvíludagin?» – fyri at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. Men hann segði við teir: «Hvør er tann maður tykkara millum, sum eigur ein seyð, og hann um hvíludagin dettur í eina grøv, at hann so ikki fer eftir honum og dregur hann uppúr? Hvussu nógv meir er nú ikki maður verdur enn ein seyður? Tí er tað loyviligt at gera væl um hvíludagin.» So sigur hann við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hon varð frísk aftur sum hin. Men Fariseararnir fóru út og hildu ráð saman móti honum, hvussu teir kundu fáa hann av døgum. Men tá ið Jesus fekk hetta at vita, fór hann burtur haðani. Og mong fylgdu honum, og hann grøddi tey øll; og hann legði teimum ríkan við ikki at gera hann kunnan, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: «Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær; hin elskaði mín, sum sál mín hevur yndi til! Eg vil lata anda mín koma yvir hann, og heidningunum skal hann kunngera rætt. Ikki skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum. Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. Og til navns hansara skulu heidningar seta sína vón.» Tá varð førdur til hansara ein maður við einum illum anda, og hann var blindur og dummur; og hann grøddi hann, so at tann dummi talaði og sá. Og allar mannamúgvurnar stóðu bilsnar og søgdu: «Man hetta ikki vera Dávidssonurin?» Men tá ið Fariseararnir hoyrdu tað, søgdu teir: «Hesin maður rekur ikki út illar andar uttan við Beelsebul, høvdinga teirra illu andanna.» Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: «Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við. Og um Sátan rekur út Sátan, tá er hann komin í ósemju við sjálvan seg, og hvussu kann ríki hansara tá standa við? Og um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara sjálvs teir út? Teir skulu tí verða dómarar tykkara. Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum. Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara. Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur. Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi. Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast. Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum. Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.» Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.» Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas! Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! Men tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, flakkar hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu, men finnur hana ikki. So sigur hann: «Eg vil venda aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» Og tá ið hann kemur, finnur hann tað tómt, sópað og prýtt. Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum eru verri enn hann sjálvur; og teir fara inn og seta búgv har, og hitt seinna hjá tí menniskjuni verður verri enn hitt fyrra. Soleiðis man eisini fara at gangast hesi óndu slekt.» Meðan hann enn talaði til mannamúgvurnar, sí, tá stóðu móðir hansara og brøður hansara fyri uttan og royndu at fáa hann í tal. Og onkur segði við hann: «Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.» Men hann svaraði og segði við tann, ið segði honum tað: «Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?» Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: «Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir! Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.»
Sama dagin fór Jesus frá húsum og setti seg niðri við vatnið. Og stórar mannamúgvur komu saman um hann, so at hann fór út í ein bát og settist har; og øll mannamúgvan stóð á strondini. Og hann talaði mangt til teirra í líknilsum og segði: «Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. Og í tí hann sáaði, fell sumt fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold; og tað nældi skjótt, av tí at har var ikki djúplent. Men tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Men sumt fell millum tornir, og tornirnir runnu upp og køvdu tað. Men sumt fell í góða jørð, og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri.» Og lærusveinarnir komu til hansara og søgdu við hann: «Hví talar tú til teirra í líknilsum?» Men hann svaraði og segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál himmiríkisins, men teimum er tað ikki givið. Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur. Av teirri grund tali eg til teirra í líknilsum, tí at tey, tó at tey síggja, ikki síggja, og tó at tey hoyra, ikki hoyra, ei heldur fata. Og teimum viðvíkjandi verður tað sannað, ið Jesaja profeteraði, tá ið hann sigur: «Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum, og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.» Men sæl eru eygu tykkara, tí at tey síggja, og oyru tykkara, tí at tey hoyra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, at mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, ið tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, ið tit hoyra, og hoyrdu tað ikki. So lýðið nú tit á líknilsið um sáðmannin: Tá ið onkur hoyrir orðið um ríkið, og ikki fatar tað, tá kemur hin óndi og slítur tað burtur, ið var sáað í hjarta hansara. Hesin er tað, ið var sáað fram við veginum. Men tað, ið var sáað í gaddajørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og tekur við tí við gleði við tað sama. Men hann hevur ikki rót í sær, og heldur bert á eina tíð; og kemur so trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, tá tekur hann sær alt fyri eitt meinboga av tí. Og tað, ið var sáað millum tornir, tað er tann, ið hoyrir orðið, og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð køva orðið, og tað verður fruktaleyst. Og tað, ið var sáað í góða jørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og so ber ávøkst og gevur av sær, ein hundraðfalt, annar sekstifalt og annar tríatifalt.» Hann flutti fram eitt annað líknilsi fyri teir og segði: «Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. Men meðan fólkini svóvu, kom óvinur hansara og sáaði illgresi upp í hveitina og fór so avstað. Men tá ið sáðið vaks upp, og akurin var aksaskotin, tá kom eisini illgresið til sjóndar. Og húskallar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: «Harri, sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgresið?» Men hann segði við teir: «Hetta hevur ein illviljaður maður gjørt.» Men húskallarnir siga við hann: «Vilt tú tá, at vit skulu fara at lúka tað burtur?» Men hann segði: «Nei, fyri at tit, tá ið tit royta illgresið burtur, ikki skulu slíta hveitina upp við.» Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystadegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Hentið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men berið hveitina inn í løðu mína.» Eitt annað líknilsi setti hann fram fyri teir og segði: «Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. Tað er væl minni enn øll onnur frækorn; men tá ið tað veksur upp, verður tað størri enn urtirnar og verður eitt træ, so at himmalsins fuglar koma og byggja reiður í greinunum á tí.» Eitt annað líknilsi talaði hann til teirra: «Himmiríkið er líkt einum súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.» Hetta alt talaði Jesus til mannamúgvurnar í líknilsum, og uttan líknilsi talaði hann einki til teirra, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetinum, ið sigur: «Eg vil lata munn mín upp í líknilsum, eg vil orðleiða tað, ið fjalt hevur verið frá upphavi veraldarinnar.» So fór hann frá mannamúgvunum og kom heim til húsa. Og lærusveinar hansara komu til hansara og søgdu: «Grein fyri okkum líknilsið um illgresið í kornveltuni.» Men hann svaraði og segði: «Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er menniskjusonurin; og veltan er heimurin; og hitt góða sáðið tað eru børn ríkisins, men illgresið, tað eru børn hins ónda; Og óvinurin, ið sáaði tað, er djevulin; men heystið er veraldar endi, og akurskurðarmenninir eru einglar. Sum nú illgresið verður hentað saman og brent í eldi, soleiðis skal eisini verða við veraldar enda. Menniskjusonurin skal senda út einglar sínar, og teir skulu henta saman úr ríki hansara alt, ið er til meinboga, og øll, ið gera órætt, og kasta tey í eldovnin; har skal verða grátur og tannagrísl. Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri! Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina. Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana. Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl. Fataðu tit hetta alt?» Teir siga við hann: «Ja.» Men hann segði við teir: «Tess vegna er ein og hvør skriftlærdur, sum er vorðin lærusveinur í himmiríki, líkur einum húsbónda, ið tekur fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt.» Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi líknilsi, tá fór hann avstað haðani. Og hann kom til heimbygd sína og lærdi tey í samkomuhúsi teirra, so at tey gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Hvaðani hevur hann slíkan vísdóm og slíkar kraftargerðir? Er hetta ikki sonur træsmiðarins? Eitur ikki móðir hansara Maria, og brøður hansara Jákup og Jósef og Símun og Judas? Og systrar hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum? Hvaðani hevur hann tá alt hetta?» Og tey tóku sær ilt av honum. Men Jesus segði við tey: «Ikki er ein profetur vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og í sínum egna húsi.» Og hann gjørdi ikki har mangar kraftargerðir vegna vantrúgv teirra.
Um hetta mundið frætti Heródes fjórðingshøvdingin tíðindini um Jesus; og hann segði við sveinar sínar: «Hatta er Jóhannes doyparin; hann er risin upp frá deyðum, og tí virka krefturnar í honum.» Tí at Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara. Tí at Jóhannes segði við hann: «Tað er tær ikki loyvt at eiga hana.» Og hann hevði størsta hugin til at drepa hann; men hann óttaðist fyri fólki, tí at tey hildu hann fyri ein profet. Men tá ið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródiasar fyri teimum, og Heródesi líktist væl á hana; og hann svór henni tí dýran eið, at hann vildi geva henni, hvat hon so hevði hugin á. Og eggjað av móður síni sigur hon: «Gev mær higar høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni. Og hann sendi boð og læt hálshøgga Jóhannes í fangahúsinum. Og varð komið við høvdi hansara á einum fati, og tað varð fingið gentuni, og hon bar móður síni tað. Og lærusveinar hansara komu og tóku líkið og jarðaðu tað; og teir komu og søgdu Jesusi frá. Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan; men tá ið mannamúgvurnar fingu at vita av hesum, fóru tær aftan á hann til gongu úr bygdunum. Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: «Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.» Men Jesus segði við teir: «Teimum nýtist ikki at fara avstað. Gevið tit teimum at eta.» Men teir siga við hann: «Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar.» Men hann segði: «Fáið mær tað higar.» Og hann bað mannamúgvurnar seta seg niður í grasið, og hann tók tey fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini sundur og gav lærusveinunum tey, og lærusveinarnir góvu fólkunum tey. Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops. Men tey, ið etið høvdu, vóru um fimm túsund menn, umframt konur og børn. Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu. Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.» Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!» Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?» Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!» Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret. Og av tí at fólk har á staðnum kendu hann, sendu tey boð allar staðir har um vegir, og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt. Og tey bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.
Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: «Hví bróta lærusveinar tínir gamlan fedranna sið? Tí at teir tváa sær ikki um hendurnar, tá ið teir fáa sær at eta.» Men hann svaraði og segði við teir: «Hví bróta eisini tit Guðs boð fyri siðir tykkara? Tí at Guð hevur boðið og sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» Men tit siga: «Tann, ið sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í av mær, skal vera ein tempulgáva,» honum nýtist ikki at æra faðir sín ella móður sína.» Og soleiðis hava tit avtikið Guðs lóg fyri siðir tykkara. Tykkara falsarar! Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tá ið hann segði: «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.» Og hann kallaði mannamúgvurnar til sín og segði við tær: «Hoyrið og fatið! Ikki tað, ið fer inn í munnin, ger menniskjuna óreina; men tað, ið fer út úr munninum, tað ger menniskjuna óreina.» Tá komu lærusveinarnir til hansara og søgdu við hann: «Veitst tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av tí, tá ið teir hoyrdu hesa talu?» Men hann svaraði og segði: «Ein og hvør vøkstur, sum himmalski faðir mín ikki hevur sett niður, skal verða slitin upp við rót. Leggið tit einki í teir! Blindir leiðvísarar eru teir fyri blindum; men tá ið blindur leiðir blindan, tá falla teir báðir í veitina.» Men Pætur tók til orða og segði: «Grein okkum hetta líknilsi!» Men hann segði: «Eru tit við so skilaleysir enn? Skilja tit ikki, at alt tað, ið fer inn í munnin, fer í magan og fer út har, sum tað eigur at fara? Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina. Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina; men at fáa sær at eta við ótváaðum hondum, tað ger ikki menniskjuna óreina.» Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon. Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: «Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.» Men hann ønti henni ikki aftur. Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: «Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum.» Men hann svaraði og segði: «Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.» Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: «Harri, hjálp mær!» Men hann svaraði og segði: «Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.» Men hon segði: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.» Tá svaraði Jesus og segði við hana: «Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!» Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund. Og Jesus fór burtur haðani og kom at vatninum í Galileu; og hann gekk niðan á fjallið og settist har. Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey; so at mannamúgvurnar undraðust, tá ið tey sóu, at tey dummu talaðu, kryplar vórðu heilskapaðir og lamin gingu og blind sóu. Og tey lovaðu Ísraels Guði. Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.» Og lærusveinarnir siga við hann: «Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta eina slíka mannamúgvu?» Og Jesus sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey, og nakrar fáar smáfiskar.» Og hann beyð mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar og takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinunum, og lærusveinarnir góvu mannamúgvuni. Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett; og tað, ið varð til avlops av molum, hentaðu teir upp í sjey fullar tægur. Men tey, ið ótu, vóru fýra túsund menn, umframt konur og børn. Og hann læt mannamúgvurnar fara avstað, og fór tá inn í bátin og kom til bygdaløgini við Magadan.
Og Fariseararnir og Saddukeararnir komu fram og freistaðu hann og bóðu hann um at sýna teimum eitt tekin av himni. Men hann svaraði og segði við teir: «Um kvøldið siga tit: Tað verður ein góðveðursdagur, tí at roðin stendur á luftini; og um morgunin: Tað verður ein illveðursdagur í dag, tí at luftin er reydlig og dimm. Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða. Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin; men annað tekin skal ikki verða henni givið enn tekin Jónasar.» Og hann vendi sær frá teimum og fór avstað. Og tá ið lærusveinarnir komu yvir um hinumegin, høvdu teir gloymt at taka breyð við sær. Men Jesus segði við teir: «Verið ansnir! Varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!» Men teir hugsaðu við sær sjálvum og søgdu: «Tað er tí, at vit ikki hava tikið breyð við okkum.» Men tá ið Jesus varð varur við hetta, segði hann: «Tykkara fátrúnu menn! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um tað, at tit ikki hava breyð við? Skilja tit ikki enn? Ella minnast tit ikki hini fimm breyðini til tey fimm túsund, og hvussu mangar tægur tit tá hentaðu uppí? Heldur ikki hini sjey breyðini til tey fýra túsund, og hvussu mangar tægur tit tá fingu uppí? Hvussu ber tað tá til, at tit ikki fata, at tað ikki var um breyð, eg talaði við tykkum? Men varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!» Tá skiltu teir, at hann ikki hevði sagt, at teir skuldu vara seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna. Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: «Hvønn siga menn menniskjusonin vera?» Men teir søgdu: «Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.» Hann sigur við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá mælti Símun Pætur og segði: «Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.» Men Jesus svaraði og segði við hann: «Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum. Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.» Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus. Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum og segði: «Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!» Men hann vendi sær á og segði við Pætur: «Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.» Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: «Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara! Sanniliga sigi eg tykkum, at nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja menniskjusonin koma í ríki sínum.»
Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvør er tá størstur í himmiríki?» Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. Og tann, ið tekur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær. Men tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa havið. Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini, vei tí manni, sum meinbogin kemur frá! Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helvitis eldin. Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. [Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.] Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta? Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur. Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast. Men um bróðir tín syndar, tá far til hansara og hav at honum tykkara millum, meðan tit báðir eru tveir einir. Hoyrir hann teg, tá hevur tú vunnið bróður tín. Men hoyrir hann teg ikki, tá tak eina ferð enn ein ella tveir við tær, til tess at «hvør søk skal standa føst eftir munni av tveimum ella trimum vitnum.» Men er hann óhoyriligur ímóti teimum, tá ber tað fram fyri kirkjuliðið; men er hann eisini óhoyriligur ímóti kirkjuliðinum, tá skal hann vera tær eins og heidningur og tollari. Sanniliga sigi eg tykkum: Tað, sum tit binda á jørð, skal vera bundið í himli; og tað, sum tit loysa á jørð, skal vera loyst í himli. Uppaftur sigi eg tykkum: Um tveir av tykkum eru samsintir á jørðini um at biðja um okkurt, hvør søk tað so man vera, tá skal tað verða teimum givið av faðir mínum, sum er í himlunum. Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.» Tá steig Pætur fram og segði við hann: «Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?» Jesus sigur við hann: «Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir. Tess vegna er himmiríkið at líkna við ein kong, sum vildi halda roknskap við tænarum sínum. Og tá ið hann fór at gera upp, tá varð førdur fram til hansara ein, ið skyldaði honum tíggju túsund talentir. Men tá ið hann einki átti at rinda skuldina við, beyð kongurin at selja hann og konuna og børnini og alt tað, ið hann átti, og at skuldin skuldi verða rindað. Tá legði tænarin seg niður á knæ fyri honum og bønaði hann og segði: «Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt samalt aftur!» Og harranum at hesum tænara tóktist hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. Men tá ið hesin tænarin fór út aftur, hitti hann ein av lagsmonnum sínum, sum skyldaði honum hundrað denarar; og hann legði hond á hann, tók um kvørkrarnar á honum og segði: «Rinda mær tað, sum tú skyldar!» Tá fell hesin lagsmaður hansara honum til fóta og bønaði hann og segði: «Hav tol við mær, og eg skal rinda tær tað!» Men hann vildi ikki, men fór og kastaði hann í fangahús, inntil hann kundi rinda tað, ið hann skyldaði. Tá ið nú lagsmenn hansara sóu, hvat ið hent var, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá øllum tilganginum. Tá sendir harri hansara boð eftir honum og sigur við hann: «Tín óndi tænari! Alla hina skuldina gav eg tær eftir, tí at tú baðst meg. Sømdi tað nú ikki eisini tær at vera miskunnsamur ímóti lagsmanni tínum, líka so væl sum eg var miskunnsamur ímóti tær? Og harri hansara varð vreiður og gav hann upp í bøðilshendur, inntil hann kundi fáa rindað aftur alt tað, ið hann skyldaði. Soleiðis skal eisini himmalski faðir mín gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum.»
Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi orð, tá fór hann avstað úr Galileu og kom til bygdaløgini í Júdeu, hinumegin Jórdan. Og stórar mannamúgvur fylgdu honum, og hann grøddi tey har. Og Fariseararnir komu til hansara og freistaðu hann og søgdu: «Er tað loyviligt at skiljast við konu sína, av hvørji grund tað so er?» Men hann svaraði og segði: «Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, og segði: «Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?» So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Guð tí hevur samankomið, má maður ikki sundur skilja.» Teir siga við hann: «Hví gav tá Móses boð um at lata hana fáa eitt skilnaðarbræv og skiljast við hana?» Hann sigur við teir: «Vegna hjartans harðleika tykkara eftirlíkaði Móses tykkum at skiljast við konur tykkara; men frá upphavi hevur tað ikki verið so. Men eg sigi tykkum, at tann, ið skilst við konu sína, fyri hors sakir undantikið, og giftist við eini aðrari, hann drívur hor. Lærusveinarnir siga við hann: «Eru mansins viðurskifti við konuna soleiðis vorðin, tá er ikki gott at giftast.» Men hann segði við teir: «Ikki øll fata hetta orðið; men bert tey, sum tað er givið. Tí at tað eru geldingar til, ið soleiðis eru føddir úr móðurlívi; og tað eru geldingar til, ið eru geldir av monnum, og tað eru geldingar til, ið hava gelt seg sjálvar fyri himmiríkis sakir. Tann, ið er mentur at fata hetta, hann fati tað!» Tá vórðu smábørn borin til hansara, at hann skuldi leggja hendur sínar á tey og halda bøn; men lærusveinarnir høvdu at teimum. Men Jesus segði: «Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.» Og hann legði hendurnar á tey og fór so avstað haðani. Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: «Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?» Men hann segði við hann: «Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.» Hann sigur við hann: «Hvørji?» Men Jesus segði: «Hetta: tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína, og: tú skalt elska næsta tín eins og sjálvan teg.» Unglingin sigur við hann: «Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?» Jesus segði við hann: «Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!» Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. Men Jesus segði við lærusveinar sínar: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.» Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: «Hvør kann tá verða frelstur?» Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: «Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.» Tá tók Pætur til orða og segði við hann: «Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær. Hvat verður tá okkara lutur?» Men Jesus segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, at tit, ið hava fylgt mær, skulu í endurføðingini, tá ið menniskjusonurin setist í dýrdarhásæti sítt, eisini sita í tólv hásætum og døma Ísraels tólv ættir. Og hvør tann, sum er farin frá brøðrum ella systrum ella faðir ella móður [ella konu] ella børnum ella jørðum ella húsum fyri navns míns sakir, skal fáa tað aftur mangar ferðir og arva eitt ævigt lív. Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.»
Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín. Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum. Og hann segði við teir: «Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.» Og teir fóru. Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama. Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: «Hví standa tit her allan dagin fyri einki?» Teir siga við hann: «Tí at eingin hevur leigað okkum.» Hann sigur við teir: «Farið tit við út í víngarðin.» Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: «Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.» Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør. Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør. Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri: «Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.» Men hann svaraði og segði við ein teirra: «Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar? Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg. Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður? Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld»]. Og meðan Jesus var á ferð niðan til Jerúsalem, tók hann teir tólv lærusveinarnar einsæris og segði við teir á leiðini: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og menniskjusonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða; og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur.» Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað. Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!» Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.» Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.» Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar. Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara. Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.» Og tá ið teir fóru út úr Jeriko, fylgdi honum ein stór mannamúgva. Og sí, har sótu tveir blindir menn við vegin, og tá ið teir hoyrdu, at Jesus fór framvið, rópaðu teir og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!» Men mannamúgvan hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir rópaðu hvaðna harðari og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!» Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?» Teir siga við hann: «Harri, at eygu okkara mega verða latin upp.» Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.
Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir: «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar. Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.» Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: «Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.» Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey. Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin. Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!» Og tá ið hann kom inn í Jerúsalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: «Hvør er hetta?» Men mannamúgvurnar søgdu: «Hetta er Jesus, profeturin úr Nasaret í Galileu.» Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: «Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.» Og har komu blind og lamin til hansara í halgidóminum, og hann grøddi tey. Men tá ið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu hesar undurgerðirnar, sum hann gjørdi, og børnini, sum rópaðu í halgidóminum og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur!» tá harmaðust teir og søgdu við hann: «Hoyrir tú, hvat hesi siga?» Men Jesus sigur við teir: «Ja, hava tit onga tíð lisið hetta: «Av smábarna og bróstabarna munni hevur tú lovsong tær lagað!» » Og hann fór frá teimum og gekk út um staðin, til Betániu, og gisti har um náttina. Men tá ið hann um morgunin fór inn aftur í staðin, kendi hann sær svongd. Og av tí at hann sá eitt fikutræ við vegin, gekk hann at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. Og hann sigur við tað: «Onga tíð á ævini komi frukt av tær meira!» Og í stundini følnaði fikutræið. Og tá ið lærusveinarnir sóu tað, undraðust teir og søgdu: «Hvussu bar tað til, at fikutræið følnaði so skjótt?» Men Jesus svaraði og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, um tit hava trúgv og ikki ivast, tá skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; men um tit so siga við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið!» tá skal tað verða so. Og alt tað, sum tit biðja um í bønini við trúgv, tað skulu tit fáa.» Og tá ið hann var komin inn í halgidómin, tá komu til hansara, meðan hann lærdi, høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins og søgdu: «Hvat vald hevur tú til at gera hetta? Og hvør hevur givið tær hetta valdið?» Men Jesus svaraði teimum og segði: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; um tit svara mær upp á hann, so vil eg eisini siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann? Frá himni ella frá monnum?» Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Siga vit: «Frá himni,» so man hann siga við okkum: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» Men siga vit: «Frá monnum,» so mega vit óttast fyri mannfjøldini, tí at tey halda øll Jóhannes fyri ein profet.» Og teir svaraðu Jesusi og søgdu: «Vit vita ikki.» Tá segði eisini hann við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: «Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.» Men hann svaraði og segði: «Nei, eg vil ikki.» Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað. So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: «Jú, tað skal eg, harri;» men hann fór tó ikki. Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?» Teir siga: «Hin fyrri.» Jesus sigur við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum. Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum. Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum. Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir. Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir. Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!» Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!» Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?» Teir siga við hann: «Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.» Jesus sigur við teir: «Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?» Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir. Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.» Og tá ið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi hansara, skildu teir, at hann talaði um teir. Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir óttaðust fyri mannamúgvuni, tí at fólk hildu hann fyri ein profet.
Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: «Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!» Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir. Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.» Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi. Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.» Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum. Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun. Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?» Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar. Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!» Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað. Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, Móses segði: «Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.» Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg. Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. Seinast av øllum doyði konan. Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.» Men Jesus svaraði og segði við teir: «Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt. Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum. Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur: «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?» Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.» » Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara. Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: «Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?» Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.» Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: «Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.» Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!» Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.
Tá talaði Jesus til mannamúgvurnar og lærusveinar sínar og segði: «Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir. Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki. Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. Og allar gerðir sínar gera teir, til tess at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar; og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum og at verða heilsaðir á torgum og at verða kallaðir rabbi av monnum. Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. Og ongan á jørðini skulu tit kalla faðir tykkara; tí at ein er faðir tykkara, hann, sum er í himlunum. Ei heldur skulu tit lata tey kalla tykkum leiðbeinarar; tí at ein er leiðbeinari tykkara, Kristus. Tann, ið er størstur av tykkum, skal vera tænari tykkara. Men hvør tann, ið setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og hvør tann, ið setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt. Men vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn. [Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.] Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit ferðast um til sjós og til lands fyri at vinna ein trúarfelaga; og tá ið hann er vorðin tað, tá gera tit eitt helvitis barn úr honum, tvær ferðirnar verri enn tit eru tað sjálvir. Vei tykkum, blindir leiðbeinarar! Tit siga: «Um onkur svør við templið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gullið í templinum, hann er sekur.» Tykkara býttlingar og blindu! Hvat er mætari, gullið ella templið, ið halgar gullið? Og: «Um onkur svør við altarið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gávuna, sum er á tí, hann er sekur.» Tit blindu! Hvat er mætari, gávan ella altarið, ið halgar gávuna? Tann, sum tí svør við altarið, hann svør við tað og við alt, sum á tí er. Og tann, ið svør við templið, hann svør við tað og við hann, sum í tí býr. Og tann, ið svør við himmalin, hann svør við hásæti Guðs og við hann, sum í tí situr. Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit tíggjunda myntu og dild og kumman, og leggja tað eftir, ið vegur meira í lógini, rættferð og miskunn og trúskap. Hetta átti at verið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. Tykkara blindu vegleiðarar! Tit, ið síla mýggjabitið frá, men gloypa kamelinum! Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit reinsa bikarið og fatið uttan; men innan eru tey full av ráni og óhógvi. Tín blindi Fariseari! Reinsa fyrst bikarið og fatið innan, til tess at tey eisini kunnu verða rein uttan. Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit líkjast kálkaðum grøvum, sum síggja vakrar út uttan; men eru fullar innan av deydningabeinum og allari óreinsku. Soleiðis síggja tit eisini rættvísir út uttan fyri monnum; men innan eru tit fullir av falsi og órætti. Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit byggja upp gravir profetanna og prýða leiði teirra rættvísu og siga: «Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, tá skuldu vit ikki verið í felagi við teimum um blóð profetanna.» Soleiðis geva tit tykkum sjálvum tann vitnisburð, at tit eru synir teirra, ið drópu profetarnar. Fyllið tá eisini tit málið hjá fedrum tykkara! Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi? Tess vegna, sí, eg sendi til tykkara profetar og vísar og skriftlærdar; summar av teimum skulu tit taka av lívi og krossfesta, og summar av teimum skulu tit húðfleingja í samkomuhúsum tykkara, og tit skulu elta teir úr bygd í bygd; til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars. Sanniliga sigi eg tykkum: alt hetta skal koma yvir hesa ætt. Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Sí, oyðið skal hús tykkara leivast tykkum. Tí at eg sigi tykkum: Tit skulu frá hesi stund ongalunda síggja meg, fyrr enn tit siga: «Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!» »
Og Jesus fór út og gekk burtur frá halgidóminum; og lærusveinar hansara komu til hansara at vísa honum bygningar halgidómsins. Men hann tók til orða og segði við teir: «Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: «Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?» Og Jesus svaraði og segði við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Eg eri Kristus,» og teir skulu villleiða mong. Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn. Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld. Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan. Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong: og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma. Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara; og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum! Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða. Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir. Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí. Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki. Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða. Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd. Og hann skal senda út einglar sínar við hvøllum lúðri, og teir skulu savna saman tey útvaldu hansara úr teimum fýra ættunum, frá einum enda á himlinum at øðrum. Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd. Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum. Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent. Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur. Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. Tá skulu tveir menn vera staddir úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður eftir. Tvær konur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður eftir. Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur! Men tað skilja tit, at um húsbóndin hevði vitað, í hvørji økt um náttina tjóvurin kom, tá hevði hann vakt og ikki latið verið innbrot í hús síni. Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir; tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at. Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum. Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: «Húsbóndi mín bíðar við at koma;» og hann so fer at sláa lagsmenn sínar, og etur og drekkur í felagi við drykkjumonnum, tá skal húsbóndin hjá hesum húskalli koma á tí degi, sum hann ikki væntar, og í tí tíma, sum hann ikki veit av; og hann skal høgga hann sundur og lata hann fáa part saman við falsarunum; har skal verða grátur og tannagrísl.
Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað allar hesar talurnar, tá segði hann við lærusveinar sínar: «Tit vita, at um tveir dagar koma páskirnar, og tá verður menniskjusonurin givin upp at verða krossfestur.» Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman í borgini hjá høvuðsprestinum; hann æt Kaifas. Og teir hildu ráð saman um at grípa Jesus við listum og taka hann av døgum. Men teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreist í fólkinum.» Men tá ið Jesus var komin til Betániu og var inni við hús hjá Símuni spitalska, tá kom ein kvinna fram til hansara við eini alabastur-krukku við sera dýrabarari salvu og helti hana út yvir høvur hansara, sum hann sat til borðs. Men tá ið lærusveinarnir sóu hetta, ilskaðust teir og søgdu: «Hvat skal henda burturspillan til? Tí at hetta kundi verið selt fyri nógvar pengar og givið fátækum.» Men tá ið Jesus varð varur við tað, segði hann við teir: «Hví gera tit kvinnuni ónáðir? Tí at hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. Fátæk hava tit altíð hjá tykkum: men meg hava tit ikki altíð. Tí at tá ið hon helti hesa salvuna út yvir likam mítt, gjørdi hon tað til tess at búgva um meg til jarðarferðina. Sanniliga sigi eg tykkum, at hvar sum helst um allan heimin hesin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.» Tá fór ein av teimum tólv, hann, ið var nevndur Judas Iskarjot, til høvuðsprestarnar og segði: «Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?» Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e. silvurdálar). Og eftir ta løtu royndi hann at finna eina lagaliga stund til at svíkja hann. Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?» Men hann segði: «Farið inn í staðin til tann mannin, tit vita, og sigið við hann: «Meistarin sigur: Mín tími er í nánd; hjá tær vil eg halda páskir saman við lærusveinum mínum.»» Og lærusveinarnir gjørdu, sum Jesus bað teir, og teir gjørdu páskalambið til. Men tá ið kvøldið var komið, settist hann til borðs saman við teimum tólv lærusveinunum. Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.» Og teir vórðu ógvuliga harmfullir og fóru at siga við hann hvør fyri seg: «Harri, tað man tá ikki vera eg?» Men hann svaraði og segði: «Tann, ið dyppaði hondina í fatið við mær, hann fer at svíkja meg. Satt er tað, at menniskjusonurin fer burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av! Betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur.» Men Judas, ið sveik hann, tók til orða og segði: «Tað man tá ikki vera eg, rabbi?» Hann sigur við hann: «Nú segði tú tað sjálvur.» Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: «Takið, etið; hetta er likam mítt.» Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: «Drekkið allir úr honum; tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna. Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.» Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. Tá sigur Jesus við teir: «Allir munnu tit í hesi nátt fáa meinboga av mær. Tí at skrivað stendur: «Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.» Men aftaná at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.» Men Pætur tók til orða og segði við hann: «Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.» Jesus segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Pætur sigur við hann: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu eisini allir lærusveinarnir. Tá kemur Jesus við teimum í ein urtagarð, sum eitur Getsemane, og hann sigur við lærusveinarnar: «Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.» Og hann tók Pætur og teir báðar synir Sebedeusar við sær, og hann gjørdist syrgin og tók so sára at kvíða. Tá sigur hann við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið við mær!» Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: «Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!» Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: «So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær! Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.» Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: «Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!» Og hann kom og hitti teir uppaftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni. Og hann fór frá teimum, gekk uppaftur avstað og bað triðju ferð og segði aftur tey somu orðini. Hann kemur tá aftur til lærusveinarnar og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd.» Og meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og fólksins elstu. Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann.» Og alt fyri eitt gekk hann fram at Jesusi og segði: «Heilur og sælur, rabbi!» og kysti hann. Men Jesus segði við hann: «Vinur mín, hví ert tú higar komin?» Tá gingu teir at, løgdu hendur á Jesus og tóku hann. Og sí, ein teirra, sum vóru við Jesusi, rætti hondina út og dró svørð sítt, og hann høgdi til tænara høvuðsprestsins og hjó oyrað av honum. Tá sigur Jesus við hann: «Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði. Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar? Hvussu skuldu tá skriftirnar ganga út, at tað eigur so at verða?» Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga havi eg sitið í halgidóminum og lært, og tit tóku meg ikki. Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.» Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu. Men teir, ið høvdu tikið Jesus, førdu hann til Kaifas, høvuðsprestin, har sum hinir skriftlærdu og hinir elstu vóru saman komnir. Men Pætur fylgdi honum langt aftaná líka at borgargarðinum hjá høvuðsprestinum, og hann fór innum og settist niður hjá sveinunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða. Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu: «Hesin maðurin hevur sagt: «Eg eri mentur at bróta Guðs tempul niður og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.»» Og høvuðspresturin reistist og segði við hann: «Svarar tú einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?» Men Jesus tagdi. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann: «Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs.» Jesus sigur við hann: «Tú segði tað sjálvur. Men eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.» Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: «Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina. Hvat halda tit?» Men teir svaraðu og søgdu: «Hann er sekur til deyða.» Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan og søgdu: «Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?» Men meðan sat Pætur fyri uttan í borgargarðinum. Og ein arbeiðiskona kom yvir til hansara og segði: «Tú vart eisini við Jesusi Galileinginum.» Men hann noktaði fyri tí, so allir hoyrdu, og segði: «Eg veit ikki, hvat tú sigur.» Men tá ið hann var farin út í forgarðin, sá ein onnur arbeiðiskona hann; og hon sigur við teir, ið har vóru: «Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.» Og hann noktaði uppaftur fyri tí við einum eiði: «Eg kenni ikki tann mannin.» Men eina løtu seinni komu teir at, ið har stóðu, og søgdu við Pætur: «Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum.» Tá tók hann at banna og svørja: «Eg kenni ikki tann mannin.» Og í tí sama gól hanin. Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: «Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann fór útum og græt sárliga.
Men tá ið morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins samráð saman ímóti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi. Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan. Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: «Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.» Men teir søgdu: «Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!» Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: «Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar.» Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman, keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar. Tí hevur henda jørðin verið kallað blóðjørðin til dagin í dag. Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Og teir tóku teir tríati silvurdálarnar; virðið, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn; og teir lótu teir fyri pottamakara-jørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.» Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men Jesus segði: «Tú sigur tað sjálvur.» Og meðan hann varð klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki. Tá sigur Pilatus við hann: «Hoyrir tú ikki, hvussu nógv teir vitna ímóti tær?» Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so at landshøvdingin undraðist stórliga. Men um hátíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu. Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndan Barabbas. Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: «Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, ið kallast Kristus?» Tí at hann visti, at tað var av øvund, at teir høvdu givið hann upp til hansara. Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: «Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.» Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas og um, at Jesus skuldi verða tikin av lívi. Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: «Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan!» Men tey søgdu: «Barabbas!» Pilatus sigur við tey: «Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?» Tey siga øll: «Lat hann verða krossfestan!» Men hann segði: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu bert hvaðna harðari og søgdu: «Lat hann verða krossfestan!» Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: «Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!» Og alt fólkið svaraði og segði: «Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!» Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan. Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla manningina uttan um hann. Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann; og teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið og góvu honum ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og søgdu: «Heilur og sælur, tú, Jøda kongur!» Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum. Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann. Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara. Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður, góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka. Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: «Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.»]. Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum. Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna. Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin. Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: «Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!» Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: «Eg eri sonur Guðs.»» Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum. Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma. Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: «Eli, eli, lama sabaktani?» Tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: «Hann rópar eftir Elia.» Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka. Men hinir søgdu: «Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.» Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan. Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!» Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum. Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi. Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. Og Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði, og legði tað í ta nýggju grøv sína, sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað. Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini. Men dagin eftir, sum er dagurin aftan á atfangadagin, komu høvuðsprestarnir og Fariseararnir saman hjá Pilatusi og søgdu: «Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: «Um tríggjar dagar rísi eg upp.» Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: «Hann er risin upp frá deyðum;» og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.» Pilatus segði við teir: «Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best.» Og teir fóru avstað og settu góða vakt við grøvina við vaktarmonnunum; aftan á at teir høvdu sett innsigli á steinin.
Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: «Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!» Sí, eg havi sagt tykkum tað.» Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: «Heilar og sælar!» Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. Tá segði Jesus við tær: «Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.» Men meðan tær vóru á leiðini hagar, sí, tá komu nakrir av vaktarmonnunum inn í staðin og søgdu høvuðsprestunum frá øllum tí, ið til hevði borist. Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi og søgdu: «Sigið: «Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu.» Og um so verður, at landshøvdingin fær hetta at frætta, so skulu vit tala hann til sættis og halda tykkum sakleysar.» Men teir tóku peningarnar og gjørdu sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi eru komin út millum Jødanna líka til dagin í dag. Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu. Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust. Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: «Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»
Upphavið til gleðiboðskapin um Jesus Krist, Guðs son. Líkasum skrivað er hjá Jesaja profeti: «Sí, eg sendi út sendisvein mín framman undan tær; hann skal búgva út veg tín. Røddin á einum, ið rópar í oyðimørk: «Ruddið veg Harrans, beinar gerið leiðir hans!»» Soleiðis steig Jóhannes doyparin fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna. Og heila Júdeuland og alt fólkið í Jerúsalem fór út til hansara, og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí at tey játtaðu syndum sínum. Og Jóhannes var í klæðum av kamelhári, og hann hevði eitt leðurbelti um lendarnar, og hann át grashoppur og villan hunang. Og hann prædikaði og segði: «Aftan á meg kemur hann, ið sterkari er enn eg, og eg eri ikki verðugur at bukka meg niður og loysa tveingir hansara. Eg havi doypt tykkum við vatni; men hann skal doypa tykkum við heilagum anda.» Og tað hendi í teimum døgunum, at Jesus kom úr Nasaret í Galileu og varð doyptur av Jóhannesi í Jórdan. Og við tað sama hann steig upp úr vatninum, sá hann himlarnar opnast og andan sum eina dúgvu stíga oman yvir hann; og ein rødd kom av himlunum: «Tú ert sonur mín, hin elskaði, til tín havi eg tokka!» Og við tað sama dreiv andin hann út í oyðimørkina; og hann var í oyðimørkini fjøruti dagar og varð freistaður av Sátani; og hann var villdjóranna millum, og einglarnir tæntu honum. Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð og segði: «Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!» Og í tí hann fór gangandi fram við vatninum í Galileu, sá hann Símun og Andrias, bróður Símunar, fáast við at seta gørn á vatninum; tí at teir vóru fiskimenn. Og Jesus segði við teir: «Komið og fylgið mær, og eg skal lata tykkum verða mannafiskimenn.» Og í stundini fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. Og tá ið hann hevði gingið eitt sindur longur fram, sá hann Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara, sum eisini vóru á báti og bøttu gørnini hjá sær. Og við tað sama rópaði hann teir, og teir lótu faðir sín, Sebedeus, verða eftir á bátinum saman við bønarmonnunum, og fóru aftan á honum. Og teir fara inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Jesus um hvíludagin inn í samkomuhúsið og lærdi. Og tey vórðu reiðuliga bilsin av læru hansara, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki soleiðis sum teir skriftlærdu. Og nú vildi so til, at har í samkomuhúsi teirra var ein maður við einum óreinum anda; hann skar í róp og segði: «Hvat hava vit við teg at gera, Jesus úr Nasaret? Tú ert komin at oyðileggja okkum; vit kenna teg, hvør tú ert, tú Guðs heilagi.» Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» Og hin óreini andin rykti og skrykti í hann, og rópandi háróp fór hann út úr honum. Og ótti kom á øll, so at tey spurdu hvørt annað og søgdu: «Hvat er hetta? Ein nýggj læra við valdi! Eisini hinum óreinu andunum býður hann, og teir akta hann.» Og tíðindini um hann komu við tað sama út víða hvar í øllum bygdunum har um vegir í Galileu. Og alt fyri eitt teir vóru farnir út úr samkomuhúsinum, komu teir inn við hús hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi. Men vermóðir Símunar lá sjúk av hitasótt; og við tað sama orðaðu teir við hann um hana. Og hann gekk fram til hennara og tók í hondina á henni og reisti hana upp; og hitasóttin fór av henni, og hon borðreiddi fyri teimum. Men tá ið kvøldið var komið, eftir sólsetur, komu tey til hansara við øllum teimum, sum høvdu ilt og vóru plágað av illum andum, og øll bygdin var komin saman fyri durunum. Og hann grøddi mong, sum drógust við ymsar sjúkur, og rak út mangar illar andar; og hann gav ikki hinum illu andunum loyvi at tala, tí at teir kendu hann. Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út, og hann fór burtur á ein oyðistað og helt bøn har. Og Símun og teir, sum við honum vóru, skundaðu sær eftir honum; og teir hittu hann og siga við hann: «Øll leita eftir tær!» Og hann sigur við teir: «Latum okkum fara burtur aðrar staðir, til smábygdirnar her í nánd, so at eg kann prædika eisini har; tí at til tess eri eg út farin.» Og hann kom og prædikaði í samkomuhúsum teirra um alt Galileuland og rak út illar andar. Og ein spitalskur maður kemur til hansara, bønar hann og fellur á knæ fyri honum og sigur við hann: «Um tú vilt, kanst tú reinsa meg.» Og honum tókti hjartaliga synd í honum, og hann rætti hondina út og nam við hann og sigur: «Eg vil, verð reinur!» Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum, og hann varð reinur. Og hann legði honum ríkan við og koyrdi hann avstað alt fyri eitt og sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum nakað, men far avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína tað, sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum.» Men tá ið hann fór avstað, tók hann at boða almikið frá hesum og at bera hesi tíðindi víða um, so at Jesus ikki longur kundi koma opinlýst inn í nakra bygd; men hann helt seg uttanfyri, úti á óbygdum støðum; og úr øllum ættum komu tey til hansara.
Og tá ið hann nakrar dagar seinni aftur fór inn í Kapernaum, spurdist tað, at hann var heima. Og mong komu saman, so at tey ikki rúmaðust longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar, og hann talaði orðið til teirra. Og teir koma til hansara berandi við einum giktsjúkum manni, sum varð borin av fýra; og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!» Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: «Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Guð! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Guð?» Og í stundini kendi Jesus í anda sínum, at teir hugsaðu soleiðis við sær sjálvum, og sigur við teir: «Hví hugsa tit slíkt í hjørtum tykkara? Hvat er lættari at siga við hin giktsjúka: «Syndir tínar eru fyrigivnar!» ella at siga: «Statt upp, tak song tína og gakk?» Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørðini til at fyrigeva syndir» – sigur hann við hin giktsjúka: – «Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!» Og hann stóð upp og tók alt fyri eitt seingina og gekk út fyri alra manna eygum, so at øll vórðu frá sær sjálvum av bilsni og prísaðu Guði og søgdu: «Slíkt hava vit onga tíð sæð!» Og hann fór út aftur fram við vatninum, og øll mannamúgvan kom til hansara, og hann lærdi tey. Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum. Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir, og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?» Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.» Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?» Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi. Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri. Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!» Og tað bar so til, at hann um hvíludagin gekk tvørtur um ein akur, og á veginum fóru lærusveinar hansara at slíta øks. Og Fariseararnir søgdu við hann: «Sí, hví gera teir um hvíludagin tað, sum ikki er loyviligt?» Og hann segði við teir: «Hava tit onga tíð lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann var neyðstaddur og hungraði, bæði hann sjálvur og teir, sum við honum vóru? hvussu hann fór inn í Guðs hús, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum tað ikki er nøkrum loyviligt at eta uttan prestunum, og gav eisini teimum, sum við honum vóru?» Og hann segði við teir: «Hvíludagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld. Tí er menniskjusonurin eisini hvíludagsins harri.»
Og hann fór aftur inn í eitt samkomuhús, og har var ein maður, sum hevði eina visna hond. Og teir góvu honum væl gætur, um hann mundi grøða hann um hvíludagin, til tess at teir kundu fáa okkurt at klaga hann fyri. Og hann sigur við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Kom fram higar í miðjuna!» Og hann sigur við teir: «Er tað loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella týna?» Men teir tagdu. Og hann hugdi runt íkring at teimum í vreiði, harmfullur um hjartans harðleika teirra, og sigur við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hondin á honum varð frísk aftur. Men Fariseararnir fóru út, og við tað sama gingu teir saman í ráð við Heródesarmenn ímóti honum, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum. Og Jesus fór við lærusveinum sínum út at vatninum, og stór mannamúgva úr Galileu fylgdi eftir; og úr Júdeu og úr Jerúsalem og úr Idumeu og úr landinum hinumegin Jórdan og úr bygdaløgunum við Týrus og Sidon komu til hansara stórar mannamúgvur, tá ið tey hoyrdu, hvørji stórverk hann gjørdi. Og hann segði við lærusveinar sínar, at ein bátur skuldi vera til reiðar til hansara fyri mannamúgvunnar skuld, fyri at tey ikki skuldu troðka seg inn á hann; tí at hann grøddi mong, so at tey tustu saman um hann, øll tey, sum høvdu plágur, at tey kundu nema við hann. Og hinir óreinu andarnir fullu til jarðar fyri honum, tá ið teir bóru eyga við hann, og rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» Og hann legði teimum ríkan við, at teir ikki skuldu gera hann kunnan. Og hann gongur niðan á fjallið og kallar til sín teir, sum hann sjálvur vildi; og teir fóru til hansara. Og hann skilaði tólv til, at teir skuldu vera hjá honum, og at hann kundi senda teir út at prædika og at hava vald til at reka út illar andar. Og hann tilskilaði hesar tólv: Símun, sum hann gav navnið Pætur; og Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður Jákups, – og hann gav teimum báðum navnið Boanerges, tað merkir: torusynir; – og Andrias og Filippus og Bartolomeus og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Taddeus og Símun Kánanearan og Judas Iskarjot, tann sama, sum sveik hann. Og hann kemur heim, og aftur kemur ein mannfjøld saman, so at teir ikki kundu so mikið sum fáa matnáðir. Og tá ið hansara egnu húsfólk hoyrdu hetta, fóru tey út at taka hann, tí at tey søgdu: «Hann hevur mist vitið!» Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: «Beelsebul er í honum!» og «Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.» Og hann kallaði teir til sín og segði til teirra í líknilsum: «Hvussu kann Sátan reka út Sátan? Og um eitt ríki er komið í ósemju við seg sjálvt, tá kann tað ríkið ikki standa við; og um eitt hús er komið í ósemju við seg sjálvt, tá man tað húsið ikki kunna standa við. Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum. Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara. Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta; men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.» Tí at teir søgdu: «Ein óreinur andi er í honum.» Og móðir hansara og brøður hansara koma, og tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til hansara, at tey vildu hitta hann. Og ein mannfjøld sat rundan um hann, og tey siga við hann: «Hygg, móðir tín og brøður tínir [og systrar tínar] eru uttanfyri og spyrja eftir tær!» Og hann svaraði teimum og segði: «Hvør er móðir mín og brøður mínir?» Og í tí hann hugdi rundan um seg at teimum, ið sótu runt íkring hann, sigur hann: «Sí, her er móðir mín og brøður mínir! Tí at hvør tann, ið ger Guðs vilja, hann er bróðir mín og systir og móðir.»
Og hann tók undir aftur at læra úti við vatnið. Og ein óføra stór mannamúgva kemur saman um hann, so at hann noyddist at fara út í ein bát og setast har úti á vatninum; og øll mannamúgvan var inni á landi niðri við vatnið. Og hann lærdi tey mangt í líknilsum og segði við tey í læru síni: «Lýðið á! Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. Og tað bar so til, í tí hann sáaði, at sumt sáðið fell fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp; og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold, og tað rann skjótt upp, við tað at har ikki var djúplent. Og tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Og sumt fell millum tornir, og tornirnar runnu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst. Og sumt fell í góða jørð, og tað kom upp og vaks og bar ávøkst og gav av sær tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.» Og hann segði: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!» Og tá ið hann varð einsamallur, spurdu teir, sum vóru um hann umframt teir tólv, hann um líknilsini. Og hann segði við teir: «Tykkum eru Guðs ríkis loyndarmál givin; men til teirra, ið uttanfyri eru, kemur alt í líknilsum, til tess at tey, tó at tey síggja, skulu síggja og ikki skilja, og tó at tey hoyra, skulu hoyra og ikki fata, so at tey aldri mega venda um og teimum verða fyrigivið.» Og hann sigur við teir: «Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá vita øll hini líknilsini? Sáðmaðurin sáar orðið. Men hesi við vegin eru tey, har sum orðið verður sáað, og tá ið tey hava hoyrt tað, kemur Sátan við tað sama og tekur orðið burtur, sum var sáað í tey. Og somuleiðis hini, ið sáað eru í gaddajørð; tað eru tey, sum, tá ið tey hoyra orðið, straks taka ímóti tí við gleði; men tey hava ikki rót í sær, men halda bert á eina tíð; kemur tá trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, taka tey sær meinboga í stundini. Og har eru onnur, ið sáað eru millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið, og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð og girndirnar eftir øllum øðrum treingja seg inn og køva orðið, og tað verður fruktaleyst. Men hini, sum sáað vóru í góða jørð, tað eru tey, ið hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst, tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.» Og hann segði við teir: «Man ljósið koma inn fyri at verða sett undir skeppumálið ella undir seingina? Man ikki fyri at verða sett í ljósastakan? Tí at ikki er nakað loynt, uttan fyri at koma upp; heldur ikki varð tað dult, uttan fyri at koma í ljósmála. Um onkur hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!» Og hann segði við teir: «Gevið gætur eftir, hvat tit hoyra. Við tí máli, sum tit mála, skal tykkum verða mált, og tit skulu eisini fáa umframt. Tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.» Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.» Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.» Og í mongum slíkum líknilsum talaði hann orðið til teirra, soleiðis sum tey vóru før fyri at fata tað. Men uttan líknilsi talaði hann ikki til teirra, men einsæris legði hann alt út fyri sínum egnu lærusveinum. Og sama dagin, tá ið komið var at kvøldi, sigur hann við teir: «Latum okkum fara yvirum!» Og teir fara frá mannamúgvuni og taka hann við sær í bátin, sum hann var; men eisini aðrir bátar vóru í ferðini við honum. Og harðveður brast á, og aldurnar skolaðu inn í bátin, so at báturin var um at fyllast. Og sjálvur lá hann í bakskutinum og svav á einum kodda; og teir vekja hann og siga við hann: «Meistari, leggur tú ikki í, at vit ganga burtur?» Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið: «Tig, ver kvirt!» Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn. Og hann segði við teir: «Hví eru tit so ræddir? Hava tit enn onga trúgv?» Og teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: «Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?»
Og hann fór burtur haðani, og hann kemur í fedrabygd sína, og lærusveinar hansara fylgja honum. Og tá ið hvíludagurin kom, tók hann at læra í samkomuhúsinum, og mong, sum lýddu á hann, undraðust stórliga og søgdu: «Hvaðani man hann hava hetta? Og hvat er tað fyri vísdómur, sum honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, sum henda við hondum hansara! Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og bróðir Jákups og Jósesar og Judasar og Símunar? Og eru ikki systrar hansara her hjá okkum!» Og tey tóku sær ilt av honum. Og Jesus segði við tey: «Ein profetur er ikki vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!» Og hann kundi ikki har gera nakra kraftargerð, undantikið at hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey. Og hann undraðist á vantrúgv teirra. Og hann ferðaðist bygd úr bygd har um vegir og lærdi. Og hann rópaði teir tólv til sín, og fór at senda teir út, tveir og tveir, og gav teimum vald á hinum óreinu andunum. Og hann beyð teimum, at teir einki skuldu taka við á ferðini uttan bert stav, ikki breyð, ikki klæðsekk, ikki koparpening í beltinum; men tó skuldu teir vera í skóm; og: «Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!» Og hann segði við teir: «Hvar tit so koma inn í eini hús, tá verðið har, til tit fara avstað aftur haðani. Og hvør tann staður, sum ikki tekur ímóti tykkum og ikki hoyrir tykkum, – farið burtur haðani og ristið dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» Og teir fóru út og prædikaðu, at tey skuldu venda um; og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey. Og Heródes kongur frætti hetta, tí at navn hansara var vorðið víða gitið; og hann segði: «Jóhannes doyparin er risin upp frá deyðum, og av teirri grund virka krefturnar í honum.» Summi søgdu: «Tað er Elia;» og summi søgdu: «Tað er ein profetur, rætt sum ein av profetunum.» Men tá ið Heródes frætti tað, segði hann: «Tann Jóhannes, sum eg læt hálshøgga, er risin upp.» Tí at sami Heródes hevði sent út menn og tikið Jóhannes og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara; tí at hann hevði gift seg við henni; tí at Jóhannes hevði sagt við Heródes: «Tað er tær ikki loyviligt at hava konu bróður tíns.» Men Heródias hevði agg til hansara og ætlaði at fáa hann tiknan av døgum; men hon fekk tað ikki framt; tí at Heródes hevði ótta fyri Jóhannesi, av tí at hann visti, at hann var ein rættvísur og heilagur maður; og hann vardi hann; og hvørja ferð hann lýddi á hann; varð hann í døpurhuga um mangar lutir, og hann lýddi fegin á hann. Men so kom ein lagaligur dagur, tá ið Heródes á føðingardegi sínum gjørdi veitslu fyri stórmonnum sínum og herhøvdingunum og hinum frægastu monnunum í Galileu, og dóttirin hjá sjálvari Heródias kom innar og dansaði. Og Heródesi og gestunum líktist væl á hana. Og kongurin segði við gentuna: «Bið meg um, hvat tú vilt, og eg skal geva tær tað.» Og hann svór henni og segði: «Hvat tú so biður um, vil eg geva tær, líka til helmingin av ríki mínum.» Og hon fór uttar og segði við móður sína: «Hvat skal eg biðja um?» Men hon segði: «Um høvd Jóhannesar doyparans!» Og alt fyri eitt fór hon skundisliga innar til kongin og bað hann og segði: «Eg vil, at tú nú í stundini gevur mær høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» Og tó at kongurin gjørdist tungur í huga, vildi hann ikki synja henni fyri eiðanna og gestanna skuld. Og við tað sama sendi kongurin ein vaktarmann avstað og beyð honum at heimta høvd hansara. Og hann fór og hálshøgdi hann í fangahúsinum, og hann kom aftur við høvdi hansara á einum fati og gav gentuni tað, og gentan gav móður síni tað. Og tá ið lærusveinar hansara frættu tað, komu teir og tóku lík hansara upp og løgdu tað í eina grøv. Og ápostlarnir komu saman aftur hjá Jesusi, og teir søgdu honum frá øllum tí, sum teir høvdu gjørt, og øllum tí, sum teir høvdu lært. Og hann sigur við teir: «Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur.» Tí at har vóru mong, sum komu og fóru, og teir fingu ikki so frægt sum matnáðir. Og teir fóru við bátinum burtur í ein óbygdan stað, einsamallir. Og fólk sóu teir fara avstað, og nógv kendu teir, og tey flokkaðust saman hagar til gongu úr øllum bygdunum, og tey komu undan teimum. Og tá ið hann kom upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, tí at tey vóru sum seyðir, ið ongan hirða hava; og hann tók undir at læra tey mangt. Og tá ið tað longu fór at verða væl fram, komu lærusveinar hansara til hansara og søgdu: «Staðurin er óbygdur, og tað er longu væl fram. Lat tey fara frá tær, so at tey kunnu koma til garðarnar og bygdirnar her í nánd og keypa sær okkurt at eta.» Men hann svaraði og segði við teir: «Gevið tit teimum at eta.» Og teir siga við hann: «Skulu vit fara avstað og keypa fyri tvey hundrað denarar í breyði og geva teimum at eta?» Men hann sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!» Og tá ið teir høvdu hugt eftir, siga teir: «Fimm, og tveir fiskar.» Og hann bað teir lata øll setast niður í hitt grøna grasið, samlag við samlag. Og tey settust niður í flokkum, hundrað í summum, og fimmti í summum. Og hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini og fekk lærusveinunum tey at bera teimum; og báðar fiskarnar býtti hann eisini sundur ímillum øll. Og tey fingu sær øll og vórðu mett. Og teir hentaðu upp í tólv fullar tægur av molum, eisini av fiskunum. Og teir, sum etið høvdu breyðini, vóru fimm túsund menn í tali. Og við tað sama noyddi hann lærusveinar sínar at fara í bátin og fara undan yvir um hinumegin til Betsajdu, meðan hann sjálvur læt mannfjøldina fara frá sær. Og tá ið hann var skilstur frá teimum, fór hann niðan á eitt fjall at halda bøn. Og tá ið kvøldið var komið, var báturin mitt úti á vatninum, og hann einsamallur inni á landi. Og hann sá, at tað var strævið hjá teimum at vinna fram, tí at teir høvdu andróður, og um fjórðu náttarvøku kemur hann til teirra gangandi eftir vatninum og ætlaði at ganga fram um teir. Men tá ið teir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, hildu teir tað vera eitt spøkilsi, og teir rópaðu við; tí at allir sóu hann, og teir ræddust. Men í somu stund talaði hann til teirra og sigur við teir: «Havið gott treyst! Tað eri eg; óttist ikki!» Og hann steig inn í bátin til teirra, og vindurin makaði. Og teir vórðu rættiliga ovfarnir av bilsni. Tí at teir høvdu ikki skilt tað, sum hent var við breyðunum; men hjarta teirra var hert. Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret og løgdu at har. Og alt fyri eitt teir vóru komnir upp á land úr bátinum, kendu fólk hann, og tey runnu um alt bygdarlagið har og fóru at bera sjúklingarnar í seingjum aftur og fram, har sum tey hoyrdu, at hann var. Og hvar hann so kom, til bygdar ella til staðar ella til garðs, har løgdu tey hini sjúku á torgini og bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.
Og Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, ið komnir vóru frá Jerúsalem, koma saman til hansara. Og tá ið teir sóu, at nakrir av lærusveinum hansara fingu sær at eta við vanhalgaðum hondum, tað er, við ótváaðum hondum; – tí at Fariseararnir og allir Jødar fáa sær ikki at eta, uttan teir væl og virðiliga hava tváað sær um hendurnar, við tað at teir halda fast við gamlan fedranna sið; og tá ið teir koma heim av torgi, fáa teir sær ikki mat, uttan teir hava tváað sær áður; og mangt annað er, sum teir hava tikið sær fyri at halda fast við, reinsan av bikarum og konnum og koparketlum og beinkjum – tá spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu hann: «Hví fylgja lærusveinar tínir ikki gomlum fedranna siði, men fáa sær mat við vanhalgaðum hondum?» Men hann segði við teir: «Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tykkara falsarar, soleiðis sum skrivað stendur: «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.» Tit skoyta ikki Guðs boðum, men halda fast við mannasiðir.» Og hann segði við teir: «Tað er prýðiligt av tykkum, at tit taka Guðs boð av, til tess at tit kunnu halda fast við sið tykkara. Tí at Móses hevur sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» Men tit siga: «Um ein maður sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í frá mær, skal vera ein korban (tað er: ein tempulgáva)», so loyva tit honum ikki longur at gera nakað fyri faðir sín ella móður sína, við tað at tit taka Guðs orð av við siðum tykkara, sum tit hava ásett. Og mangt annað tílíkt gera tit.» Og hann kallaði aftur til sín mannamúgvuna og segði við tey: «Hoyrið meg øll og fatið! Einki er uttan fyri menniskjuna, sum kann gera hana óreina, um tað fer inn í hana; men tað, sum fer út úr menniskjuni, tað er tað, sum ger hana óreina. [Um nakar hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!»] Og tá ið hann var komin inn við hús burtur frá mannamúgvuni, spurdu lærusveinar hansara hann um hetta líknilsið. Og hann sigur við teir: «Eru tit við so skilaleysir? Skilja tit ikki, at alt tað, sum uttarífrá fer inn í menniskjuna, ikki kann gera hana óreina; tí at tað fer ikki inn í hjarta hennara, men í magan, og fer út, har sum tað eigur at fara; og soleiðis verður øll føði rein.» Men hann segði: «Tað, ið fer út úr menniskjuni, tað ger menniskjuna óreina; tí at innanfrá úr mannahjartanum koma út illar hugsanir, siðloysi, tjóvskapur, manndráp, hordómur, ágirnd, illskapur, svik, ólíkligskapur, øvund, spottan, hugmóð, óspekt. Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjuna óreina.» Og hann stóð upp og fór burtur haðani til bygdarløgini við Týrus. Og hann fór inn í eini hús og vildi ikki, at nakar skuldi vita av; men hann kundi ikki vera duldur. Men við tað sama ein kona hoyrdi tíðindi um hann, – hon átti eina lítla dóttur, sum hevði ein óreinan anda – kom hon og fell honum til fóta. Men konan var griksk (tað er: heiðin, ættað úr Sýrofønikíu); og hon bað hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni. Og hann segði við hana: «Lat fyrst børnini eta seg mett; tí at tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.» Men hon svaraði og sigur við hann: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó undir borðinum av molunum hjá børnunum.» Og hann segði við hana: «Fyri hatta orðið kanst tú fara heim aftur. Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.» Og hon fór avstað, heim til hús hjá sær sjálvari, og fann barnið liggjandi í seingini, og hin illi andin var út farin. Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis. Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann. Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara. Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» – tað er: Opna teg! Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið. Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá. Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»
Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.» Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?» Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.» Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni. Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um. Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops. Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað. Og við tað sama fór hann aftur í bátin við lærusveinum sínum og kom til bygdarløgini við Dalmanuta. Og Fariseararnir komu út og tóku at trætast við hann og kravdu av honum eitt tekin av himni fyri at freista hann. Og hann stundi tungliga í anda sínum og sigur: «Hví krevur henda slektin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt!» Og hann fór frá teimum, steig umborð aftur og fór yvir um hinumegin. Og teir høvdu gloymt at taka breyð við sær, og teir høvdu ikki meira enn eittans breyð við sær á bátinum. Og hann álegði teimum og segði: «Ansið eftir, varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!» Og teir hugsaðu við sær sjálvum: «Tað man vera, tí at vit einki breyð hava við.» Og tá ið hann varð varur við hetta, sigur hann við teir: «Hví hugsa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Skyna tit ikki enn, ella skilja tit ikki? Er hjartað í tykkum hert? Hava tit eygu og síggja ikki? Og hava tit oyru og hoyra ikki? Og kemur tykkum ikki í hug? Hina ferðina, tá ið eg breyt hini fimm breyðini sundur til tey fimm túsund, hvussu mangar tægur hentaðu tit tá fullar av molum?» Teir siga við hann: «Tólv.» «Og hina ferðina, tá ið eg breyt hini sjey breyðini sundur til tey fýra túsund, hvussu mangar fullar tægur hentaðu tit tá uppí av molum?» Og teir siga við hann: «Sjey.» Og hann segði við teir: «Fata tit ikki enn?» Og teir koma til Betsajdu. Og tey leiða ein blindan mann til hansara og biðja hann um at nema við hann. Og hann tók í hondina á hesum blinda manninum og leiddi hann út um bygdina; og hann spýtti í eyguni á honum og legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað. Og hann hugdi upp og segði: «Eg síggi fólkini; tí at eg hómi tey ganga íkring, rætt sum trø.» So legði hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og tá fekk hann fulla sjón og varð heilt frískur aftur og kundi síggja alt skilliga. Og hann sendi hann heim til sín og segði: «Tú mást ikki fara inn í bygdina, [og heldur ikki mást tú siga nøkrum í bygdini frá.»] Og Jesus og lærusveinar hansara fóru út til smábygdirnar uttan um Kesarea Filippi; og á veginum spurdi hann lærusveinar sínar og segði við teir: «Hvønn siga menn meg vera?» Og teir svaraðu honum og søgdu: «Jóhannes doyparan; og summir: Elia, men summir: ein av profetunum!» Og hann spurdi teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Pætur svaraði og sigur við hann: «Tú ert Kristus.» Og hann legði teimum ríkan við, at teir ongum máttu siga hetta um hann. Og hann tók at læra teir, at menniskjusonurin átti at líða mangt og at verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og at verða sligin í hel og tríggjar dagar aftaná at rísa upp. Og hetta segði hann beint fram. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum. Men hann vendi sær við og hugdi upp á lærusveinar sínar og fanst at Pæturi og sigur: «Vík aftur um meg, Sátan! tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.» Og hann rópaði mannamúgvuna til sín saman við lærusveinum sínum og segði við tey: «Hvør tann, ið vil fylgja aftan á meg, hann skal avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín og fylgja mær. Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað, men tann, ið missir lív sítt fyri mínar og gleðiboðskaparins sakir, skal bjarga tí. Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni? Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? Tí at tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.» 9,1 Og hann segði við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki vera komið við kraft.»
Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes við sær og fer við teimum einsamøllum fyri seg sjálvan niðan á eitt høgt fjall; og hann umbroyttist fyri eygum teirra. Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey. Og Elia saman við Mósesi sýndi seg fyri teimum, og teir vóru í samtalu við Jesus. Og Pætur tók til orða og sigur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» Tí at hann visti ikki, hvat hann átti at siga, tí at teir vórðu heilt óttafullir. Og eitt skýggj kom og skuggaði yvir teimum, og ein rødd kom út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði. Lýðið á hann!» Og í sama viðbragdi, tá ið teir litu um seg, sóu teir ongan meira uttan Jesus einsamallan hjá teimum. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, álegði hann teimum ikki at siga nøkrum frá tí, sum teir høvdu sæð, fyrr enn menniskjusonurin var risin upp frá deyðum. Og teir løgdu sær hetta orðið í geyma, og teir spurdu hvør annan sín ámillum, hvat tað mundi vera at rísa upp frá deyðum. Og teir spurdu hann og søgdu: «Hvussu kann tað bera til, at Fariseararnir og hinir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?» Men hann segði við teir: «Elia kemur fyrst og førir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um menniskjusonin? At hann skal líða mangt og verða vanvirdur. Men eg sigi tykkum, at bæði er Elia komin, og teir hava gjørt við hann alt, sum teir vildu, soleiðis sum skrivað stendur um hann.» Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir. Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum. Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?» Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda; og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.» Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!» Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin. Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum. Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.» Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.» Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!» Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!» Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður. Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur. Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?» Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].» Og teir fóru burtur haðani og ferðaðust um Galileu; og hann vildi ikki, at nakar skuldi vita av tí; tí at hann lærdi lærusveinar sínar og segði við teir: «Menniskjusonurin verður givin upp í mannahendur; og tey skulu drepa hann, og tá ið hann er dripin, skal hann tríggjar dagar aftaná rísa upp.» Men teir fataðu ikki hesa talu, og teir tordu ikki at spyrja hann. Og teir komu til Kapernaum; og tá ið hann var komin heim til húsa, spurdi hann teir: «Hvat var tað, sum tit talaðu saman um á veginum?» Men teir tagdu; tí at teir høvdu talað sín ámillum á veginum um, hvør teirra var størstur. Og hann settist niður og kallaði teir tólv til sín og sigur við teir: «Um onkur vil vera fremstur, tá skal hann vera seinastur av øllum og tænari hjá øllum.» Og hann tók eitt lítið barn og setti tað inn ímillum teirra, og hann tók tað í føvningin og segði við teir: «Tann, ið tekur móti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur móti mær; og tann, ið tekur móti mær, hann tekur ikki móti mær, men honum, ið sendi meg.» Jóhannes segði við hann: «Meistari, vit sóu ein mann, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar við navni tínum; og vit meinaðu honum tað, av tí at hann ikki fylgdi okkum.» Men Jesus segði: «Meinið honum tað ikki, tí at tann er eingin, sum ger kraftargerð við mínum navni og beint aftaná kann tala illa um meg. Tí at tann, sum ikki er ímóti okkum, hann er við okkum. Tí at tann, sum gevur tykkum eina skál av vatni at drekka í mínum navni, av tí at tit hoyra Kristi til, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal ikki missa løn sína. Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið. Og um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin. Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. Og um fótur tín freistar teg, tá høgg hann av; tí at betri er tær at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føtur og verða kastaður í helviti. Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betur er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti? Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, [eins og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.] Saltið er gott; men um saltið verður dovið, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraft aftur? Havið salt í sjálvum tykkum og haldið frið tykkara millum!»
Og tá ið teir nærkast Jerúsalem og koma til Betfage og Betániu við Oljufjallið, sendir hann tveir av lærusveinum sínum undan og sigur við teir: «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum; og alt fyri eitt sum tit koma inn í hana, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum eingin maður enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar. Og um onkur sigur við tykkum: «Hví gera tit hetta?» so sigið: «Harranum tørvar tað, og hann skal senda tað higar aftur við tað sama.» » Og teir fóru og funnu fylið bundið uttan fyri dyrnar úti í túninum, og teir loystu tað. Og nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu við teir: «Hvat gera tit? Loysa tit fylið?» Men teir søgdu við teir, soleiðis sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir so gera. Og teir koma við fylinum til Jesus, og teir leggja klæði síni á tað, og hann setti seg upp á tað. Og mong breiddu kappar sínar á vegin, men onnur leyv, sum tey høvdu slitið á markini. Og tey, ið gingu undan, og tey, ið fylgdu aftaná, rópaðu: «Hosianna! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids! Hosianna í hægsta himli!» Og hann fór inn í Jerúsalem og inn í halgidómin; og tá ið hann hevði hugt at øllum, fór hann út til Betániu við teimum tólv, av tí at tað longu var seint á degi. Og morgunin eftir, tá ið teir vóru farnir út úr Betániu, kendi hann sær svongd. Og tá ið hann langt burtur sá eitt fikutræ, ið hevði bløð, fór hann hagar at vita, um hann mundi finna okkurt á tí; men tá ið hann kom at tí, fann hann einki uttan bløð; tí at ikki var fikutíð. Og hann tók til orða og segði við tað: «Onga tíð á ævini eti nakar frukt av tær meira!» Og lærusveinar hansara hoyrdu hetta. Og teir koma til Jerúsalem; og hann gekk inn í halgidómin og tók at reka út teir, sum seldu, og teir, sum keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og ikki gav hann loyvi til, at nakar bar eitt ílát um halgidómin. Og hann lærdi og segði við teir: «Er ikki skrivað: «Hús mítt skal nevnast eitt bønhús fyri øll fólkasløg?» Men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, og teir hugsaðu um, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum; tí at teir ræddust hann, við tað at øll mannamúgvan stóð bilsin av læru hansara. Og tá ið komið var at kvøldi, fór hann haðani og út um staðin. Og tá ið teir um morgunin komu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað úr rótini. Og Pæturi kom hetta í hug, og hann sigur við hann: «Rabbi! hygg fikutræið, sum tú bannaði, er følnað.» Og Jesus svaraði og sigur við teir: «Havið trúgv á Guð! Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið,» og ikki ivast í hjarta sínum, men trýr, at so verður, sum hann sigur, tá skal tað verða honum fyri. Tí sigi eg tykkum: «Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri. Og tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara.» [ Men um tit ikki fyrigeva, tá skal faðir tykkara, sum er í himlunum, heldur ikki fyrigeva misgerðir tykkara.»] Og teir koma aftur til Jerúsalem; og meðan hann gekk runt í halgidóminum, koma til hansara høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir elstu; og teir søgdu við hann: «Av hvørjum valdi gert tú hetta? Ella hvør hevur givið tær hetta valdið til at gera hetta?» Men Jesus segði við teir: «Eg vil seta tykkum ein spurning, og svarið tit mær, og tá skal eg siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta: Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum? Svarið mær!» Og teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni,» so man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» Men siga vit: «Frá monnum;»» – tað tordu teir ikki fyri fólkinum, av tí at øll hildu Jóhannes av sonnum fyri ein profet. Og teir svaraðu Jesusi og siga: «Vit vita ikki.» Og Jesus sigur við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.»
Og hann tók at tala til teirra í líknilsum: «Ein maður plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann, og gróv eina vínpersu og bygdi eitt torn; og hann fekk víngarðsmonnum hann til leigu og fór út av landinum. Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, til tess at hann kundi fáa nakað av fruktum víngarðsins frá víngarðsmonnunum. Og teir tóku hann og bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Og hann sendi aftur ein annan húskall út til teirra; og hann slógu teir í høvdið og hildu hann fyri háð. Og upp aftur ein annan sendi hann, og hann drópu teir; og mangar aðrar, summar bardu teir, og summar drópu teir. Enn átti hann ein einasta eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann seinastan til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum.» Men hesir víngarðsmenninir søgdu hvør við annan: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so verður arvurin okkara.» Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út um víngarðin. Hvat man nú víngarðsins harri gera? Hann skal koma og týna víngarðsmonnunum av lívi og geva øðrum víngarðin. Hava tit heldur ikki lisið hetta skriftorðið: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum.» » Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir tordu ikki fyri mannamúgvuni, tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir; og teir gingu frá honum og fóru avstað. Og teir senda til hansara nakrar av Farisearunum og Heródesar monnum, at teir kundu seta hann fastan í orðum. Og teir koma og siga við hann: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður og ikki firnast fyri nøkrum; tí at tú gert ikki mannamun, men lærir Guðs veg í sannleika. Er tað loyviligt at gjalda keisaranum skatt ella ikki? Eiga vit at gjalda ella ikki at gjalda?» Men hann sá fals teirra og segði við teir: «Hví freista tit meg? Fáið mær ein denar, at eg kann hyggja at honum.» Og teir fingu honum hann. Og hann sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» Men teir søgdu við hann: «Keisarans.» Men Jesus segði við teir: «Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er.» Og teir undraðust á hann. Og nakrir Saddukearar koma til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til. Og teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um bróðir onkurs doyr og letur eftir seg konu og ikki letur eftir seg barn, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom. Tað vóru sjey brøður; og hin fyrsti tók sær konu, og tá ið hann doyði, átti hann einki avkom eftir seg. Og annar bróðirin tók hana, og hann doyði og læt ikki avkom eftir seg; og hin triði líkaleiðis; og teir allir sjey; eingin av teimum hevði avkom eftir seg. Seinast av øllum doyði eisini konan. Í uppreisnini, tá ið tey rísa upp, hvørs kona skal hon tá vera av teimum? Tí at allir sjey hava havt hana til konu.» Jesus segði við teir: «Er tað ikki av teirri grund, at tit fara villir, at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt? Tí at tá ið tey rísa upp frá deyðum, hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og einglar í himlunum. Men viðvíkjandi teimum deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebókini í greinini um tornarunnin, hvussu Guð talaði til hansara og segði: «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups.» Hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi. Tit fara stórliga villir.» Og har kom fram ein av hinum skriftlærdu, ið hevði lýtt á orðaskifti teirra og skildi, at hann hevði svarað teimum væl aftur, og hann spurdi hann: «Hvat er hitt fyrsta boðið av øllum?» Jesus svaraði: «Hitt fyrsta boðið er hetta: «Gev ljóð, Ísrael! Harrin, Guð vár, Harrin er ein. Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum.» Annað er hetta: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Einki annað boð er størri enn hesi.» Og hin skriftlærdi segði við hann: «Av sonnum, meistari! Rætt hevur tú í hesum, at hann er ein, og eingin er annar enn hann. Og at elska hann av øllum hjarta og av øllum viti og av øllum mátti, og at elska næsta sín sum sjálvan seg, tað er nógv meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.» Og tá ið Jesus sá, at hann svaraði vituga, segði hann við hann: «Tú ert ikki langt burtur frá Guðs ríki.» Og eingin tordi meira at seta honum spurningar. Og Jesus tók til orða og segði, meðan hann lærdi í halgidóminum: «Hvussu kunnu hinir skriftlærdu siga, at Kristus er sonur Dávids? Sjálvur Dávid segði av heilagum anda: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.» Sjálvur Dávid kallar hann harra; og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» Og hin mikla mannamúgvan lýddi fegin á hann. Og í læru síni segði hann: «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og fáa heilsanir á torgunum, og fegnir vilja hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum og tey ovastu sætini í veitslum; teir, sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.» Og hann settist niður beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv. Og har kom ein fátæk einkja og legði tveir smápeningar, sum er eitt oyra. Og hann kallaði lærusveinar sínar til sín og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna; tí at tey løgdu øll av tí nógva, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.»
Og í tí hann gekk út úr halgidóminum, sigur ein av lærusveinum hansara við hann: «Meistari! Sí, slíkir steinar og slíkir bygningar!» Og Jesus segði við hann: «Sært tú hesar stóru bygningarnar? Ikki skal steinur liggja eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» Og tá ið hann var setstur uppi á Oljufjallinum beint yvir av halgidóminum, spurdu Pætur og Jákup og Jóhannes og Andrias hann einsæris og søgdu: «Sig okkum, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, tá ið alt hetta fer at koma?» Men Jesus tók at siga við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. Mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg;» og teir skulu villleiða mong. Men tá ið tit hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar, tá óttist ikki; hetta má henda, men ikki er endin enn. Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; landskjálvti skal verða á ymsum støðum; hungur skal verða og ófriður. Hetta eru teir fyrstu verkirnir. Men hyggið um tykkum sjálvar; tí at tey skulu føra tykkum fyri dómstólarnar, og í samkomuhúsunum skulu tit verða bardir, og inn fyri høvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mína skuld til vitnisburðar fyri teimum. Og fyrst eigur gleðiboðskapurin at verða prædikaður fyri øllum fólkasløgum. Og tá ið tey føra tykkum fram og geva tykkum upp, tá skulu tit ikki frammanundan verða stúrnir fyri, hvat tit skulu tala; men tað, sum tykkum verður givið á teirri somu stund, tað skulu tit tala; tí at tað eru ikki tit, ið tala, men heilagi andin. Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp móti foreldrum sínum og taka tey av døgum. Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar standa har, sum hon ikki átti at staðið – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. Men tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður aftur ella fari inn eftir nøkrum í húsi sínum. Og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum. Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Men biðið um, at tað ikki má verða um vetrartíð. Tí at teir dagar skal verða ein slík trongd, at tílík hevur eingin verið frá upphavi skapningsins, sum Guð skapaði, og til nú og ikki heldur skal koma. Og um Harrin ikki hevði stytt um hesar dagar, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu, sum hann hevur valt út, hevur hann stytt um dagarnar. Og um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, har er Kristus!» ella: «Sí, her er hann!» tá trúgvið tí ikki. Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp og gera tekin og undurgerðir fyri ta søk at villleiða hini útvaldu, um tað var gjørligt. Men hyggið tit um tykkum sjálvar! Sí, eg havi sagt tykkum alt frammanundan. Men á teimum døgum, aftan á hesa trongd, skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í skýggjum við dýrd og miklum mátti. Og tá skal hann senda út einglarnar og savna saman hini útvaldu síni úr teimum fýra ættunum, frá endamarki jarðar at endamarki himins. Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar, og leyvið fer at spretta, tá skilja tit, at summarið er í nánd. Soleiðis skulu tit eisini skilja, at tá ið tit síggja hetta henda, tá er hann í nánd, fyri durunum. Sanniliga sigi eg tykkum: Henda slektin skal als ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hendir. Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki einglarnir í himli, heldur ikki sonurin, men eina faðirin. Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin. Líkasum ein maður, ið fór út av landinum, er farin frá húsi sínum og hevur givið húskøllum sínum umsitingina, hvørjum sítt verk, og hevur boðið duravaktaranum at vaka, soleiðis skulu tit við vaka; tí at tit vita ikki, nær húsbóndin kemur, við sólsetur ella um midnátt, í sólarrenning ella á morgni, at hann ikki má hitta tykkum sovandi, um hann skuldi komið dáttliga. Men tað sum eg sigi við tykkum, tað sigi eg við øll: vakið!»
Men um tveir dagar vórðu páskir og hátíð hinna ósúrgaðu breyða. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir við svikum kundu fáa vald á honum og taka hann av døgum. Tí at teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreistur millum fólkið.» Og meðan hann var í Betániu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini alabastur-krukku av reinari, sera dýrabarari nardus-salvu; og hon breyt alabastur-krukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvur hansara. Men har vóru nakrir, ið ilskaðust og hildu hvør við annan: «Hvat skal henda salvan verða spilt burtur til? Tí at henda salvan kundi verið seld fyri meir enn trý hundrað denarar og givin fátækum.» Og teir deildu hana. Men Jesus segði: «Latið hana fáa frið! Hví gera tit henni ónáðir? Hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. Tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum, og tit kunnu gera væl ímóti teimum, nær tit vilja; men meg hava tit ikki altíð. Hon gjørdi tað, sum hon kundi; hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina. Og sanniliga sigi eg tykkum, hvar sum helst um allan heimin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.» Og Judas Iskarjot, ein av teimum tólv, fór til høvuðsprestarnar til tess at geva hann upp í hendur teirra. Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fegnir, og teir lovaðu at geva honum pening; og hann royndi nú at fáa føri til at svíkja hann. Og tann fyrsta dagin av hátíð hinna ósúrgaðu breyða, tá ið tey drópu páskalambið, siga lærusveinar hansara við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu fara og gera alt til reiðar, at tú kanst eta páskalambið?» Og hann sendir tveir av lærusveinum sínum avstað og sigur við teir: «Farið inn í staðin, og ein maður, ið ber eina krukku av vatni, skal møta tykkum; fylgið honum. Og har sum hann fer inn, har skulu tit siga við húsbóndan: «Meistarin sigur: Hvar er herbergi mítt, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?» Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan og ruddaðan, og har skulu tit gera tað til til okkara.» Og lærusveinarnir fóru avstað og komu inn í staðin og funnu alt, soleiðis sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til. Og tá ið kvøldið var komið, kemur hann við teimum tólv. Og meðan teir sótu til borðs og fingu sær at eta, segði Jesus: «Sanniliga sigi eg tykkum: Ein tykkara man svíkja meg, ein, ið fær sær at eta við mær.» Teir tóku at harmast og søgdu við hann, ein fyri og annar eftir: «Man tað vera eg?» Men hann segði við teir: «Ein av teimum tólv, tann, ið drepur hondina í fatið við mær. Tí at menniskjusonurin fer fullvæl burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av; betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur!» Og meðan teir fingu sær at eta, tók hann breyð, vælsignaði og breyt tað og gav teimum tað og segði: «Fáið tykkum, hetta er likam mítt!» Og hann tók ein kalik, takkaði og gav teimum, og teir drukku allir úr honum. Og hann segði við teir: «Hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum. Sanniliga sigi eg tykkum, at eg skal onga tíð meira drekka av frukt víntræsins, inntil tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja í Guðs ríki.» Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fóru teir út til Oljufjallið. Og Jesus sigur við teir: «Allir munnu tit fáa meinboga av mær, tí at skrivað stendur: Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur. Men eftir tað, at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.» Men Pætur segði við hann: «Um so allir fáa meinboga, so skal eg ikki.» Og Jesus sigur við hann: «Sanniliga sigi eg tær: Í dag, í hesi nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú hava avnoktað meg tríggjar ferðir.» Men hann tók enn treystligari til orða: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu allir hinir. Og teir koma í ein urtagarð, sum kallaðist Getsemane, og hann sigur við lærusveinar sínar: «Setist her, meðan eg haldi bøn.» Og hann tekur Pætur og Jákup og Jóhannes við sær; og ótti og angist kom á hann. Og hann sigur við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!» Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt. Og hann segði: «Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.» Og hann kemur og hittir teir sovandi; og hann sigur við Pætur: «Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vaka ein tíma? Vakið og biðið, at tit mega ikki falla í freisting. Andin er fúsur, men holdið er veikt.» Og uppaftur fór hann burtur og helt bøn og segði somu orðini. Og hann kom aftur og hitti teir aftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni; og teir vistu ikki, hvat teir skuldu svara honum. Og hann kemur triðju ferð og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Tað er nóg mikið. Tímin er komin; sí, menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd!» Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, kemur Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og teimum elstu. Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum.» Og tá ið hann kom, fer hann alt fyri eitt til hansara og sigur: «Rabbi!» og kysti hann. Men teir løgdu hendur á hann og tóku hann. Men ein av teimum, sum hjá stóðu, dró svørð sítt og sló eftir sveininum hjá høvuðsprestinum og høgdi oyrað av honum. Og Jesus tók til orða og segði við teir: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga var eg hjá tykkum í halgidóminum og lærdi, og tit tóku meg ikki; tó hetta hendir, til tess at skriftirnar skulu ganga út.» Og teir fóru frá honum allir og rýmdu. Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann. Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur. Og teir førdu Jesus til høvuðsprestin; og hjá honum koma allir høvuðsprestarnir og teir elstu og hinir skriftlærdu saman. Og Pætur fylgdi honum langt aftaná líka inn í borgargarðin hjá høvuðsprestinum, og hann sat har hjá sveinunum og vermdi seg við eldin. Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; men teir funnu einki. Tí at mangir søgdu rangan vitnisburð ímóti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt. Og nakrir stóðu upp og bóru rangan vitnisburð ímóti honum og søgdu: «Vit hoyrdu hann siga: Eg skal bróta niður hetta templið, sum er gjørt við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.» Men heldur ikki um hetta kom vitnisburður teirra á samt. Og høvuðspresturin reistist og steig fram mitt ímillum teirra og spurdi Jesus og segði: «Svarar tú als einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?» Men hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: «Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða?» Men Jesus segði: «Eg eri tað; og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.» Men høvuðspresturin skræddi klæði síni sundur og sigur: «Nýtist okkum nú vitni longur? Tit hava hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?» Men teir dømdu hann allir at vera sekan til deyða. Og summir fóru at spýta á hann; og teir bundu fyri eyguni á honum og slógu hann við knýttum nevum í andlitið og søgdu við hann: «Profetera!» Og sveinarnir tóku ímóti honum við sløgum undir vangan. Og meðan Pætur var niðri í borgargarðinum, kemur ein av arbeiðiskonunum hjá høvuðsprestinum; og tá ið hon sær Pætur sita og verma seg, hyggur hon at honum og sigur: «Tú vart eisini við Nasareinginum, hesum Jesusi.» Men hann noktaði fyri tí og segði: «Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur.» Og hann fór út í forgarðin, og tá gól hanin. Og tá ið arbeiðiskonan sá hann, fór hon aftur at siga við teir, ið hjá vóru staddir: «Hesin er ein av teimum.» Men hann noktaði uppaftur. Og eina løtu seinni søgdu teir, ið har stóðu, aftur við Pætur: «Víst ert tú ein av teimum; tí at tú ert jú eisini Galileingur.» Men hann tók at banna og svørja: «Eg kenni ikki henda mannin, sum tit tala um.» Og í sama viðfangi gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi í hug tað orðið, sum Jesus hevði sagt við hann: «Áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann skar í grát.
Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann. Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.» Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann. Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.» Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist. Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um. Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi. Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur. Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?» Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann. Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan. Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?» Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!» Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!» Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan. Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina. Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann. Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!» Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann. Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann. Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara. Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður. Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí. Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka. Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann. Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna. Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. [ Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»] Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!» Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð. Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.» Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.» Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum. Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!» Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem. Og tá ið nú var komið at kvøldi, – og atfangadagur var, tað er dagurin fyri hvíludagin – kom Jósef úr Arimateu, ein mætur ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði Guðs ríki; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi. Men Pilatus undraðist um, at hann longu skuldi vera andaður, og hann kallaði tí herhøvdingan til sín og spurdi hann, um hann longu var andaður. Og tá ið hann hevði fingið tað at vita av herhøvdinganum, læt hann Jósef fáa líkið. Og hann keypti fínt línklæði og tók hann niður og sveipaði hann í línklæðið og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett, og hann velti ein stein fyri gravarmunnan. Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur.
Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. Og tær søgdu hvør við aðra: «Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?» Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. Men hann sigur við tær: «Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!» Og tær fóru út og flýddu burtur frá grøvini, tí at ótti og ræðsla var komin á tær; og ongum søgdu tær frá nøkrum, tí at tær vóru óttafullar. [ Men tá ið hann var risin upp árla hin fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, henni, sum hann hevði rikið sjey illar andar út úr. Hon fór og boðaði hetta fyri teimum, sum høvdu verið saman við honum, og sum syrgdu og grótu. Og tá ið teir hoyrdu, at hann var livandi og var sæddur av henni, trúðu teir tí ikki. Men eftir hetta opinberaðist hann í einum øðrum líki fyri tveimum av teimum, meðan teir vóru á gongd út á bygd. Og hesir fóru og boðaðu hinum hetta. Men heldur ikki teimum trúðu teir. Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu, meðan teir sótu til borðs, og hann átalaði teir fyri vantrúgv og hjartans harðleika teirra, at teir ikki høvdu trúð teimum, sum høvdu sæð hann upprisnan. Og hann segði við teir: «Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í navni mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.» Síðan varð Harrin, eftir tað at hann hevði talað við teir, tikin upp til himmals, og hann settist við høgru hond Guðs. Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu.]
Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda. Á døgum Heródesar, Júdeukongs, var ein prestur, at navni nevndur Sakarias, av Ábias skifti; og hann hevði konu av døtrum Árons, og var navn hennara Elisabet. Men tey vóru bæði rættvís fyri Guði og livdu rættiliga eftir øllum boðum og fyriskipanum Harrans. Og tey áttu einki barn, av tí at Elisabet var ein ófrukt, og bæði vóru tey komin væl til aldurs. Men tað bar so á, meðan hann gjørdi prestatænastu fyri Guði eftir skipanini fyri skifti sínum, at tað líknaðist honum, soleiðis sum siðurin var í prestatænastuni, at fara inn í Harrans tempul og bera fram roykilsisoffur. Og øll mannfjøldin stóð fyri uttan og helt bøn í teirri stund, meðan roykilsisoffurið varð ofrað. Men ein eingil Harrans sýndist fyri honum, standandi høgrumegin við roykilsisaltarið. Og Sakariasi varð dátt við, tá ið hann sá hann, og ræðsla kom á hann; men eingilin segði við hann: «Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Og vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá móðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda; og mongum av børnum Ísraels skal hann venda um til Harrans, Guðs teirra. Og sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Eliasar, til tess at venda hjørtum fedranna at børnunum og hinum ólýdnu at sinnalaginum hjá rættvísum, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk.» Og Sakarias segði við eingilin: «Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs.» Og eingilin svaraði og segði við hann: «Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guðs, og eg eri sendur út at tala til tín og at bera tær hesi gleðiboðini. Og sí, tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, aftur fyri at tú ikki trúði orðum mínum, sum tó skulu ganga út, tá ið teirra tíð er.» Og fólkið stóð og bíðaði eftir Sakariasi, og tey undraðust yvir, at hann dvøldist so leingi í templinum. Men tá ið hann kom út, fekk hann ikki talað til teirra, og tey fataðu tá, at hann hevði sæð eina sjón í templinum; og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur. Og tað hendi, tá ið tænastudagar hansara vóru lidnir, fór hann heim til sín sjálvs. Men eftir hesar dagar varð Elisabet kona hansara við barn; og hon fjaldi seg í fimm mánaðir og segði: «Soleiðis hevur Harrin gjørt við meg teir dagar, tá ið hann leit til mín fyri at taka burtur skomm mína millum manna.» Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria. Og eingilin kom inn hjá henni og segði: «Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!»] Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. Og eingilin segði við hana: «Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.» Men Maria segði við eingilin: «Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?» Og eingilin svaraði og segði við hana: «Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.» Men Maria segði: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!» Og eingilin fór frá henni. Men í hesum døgum fór Maria avstað og ferðaðist skundisliga til fjallabygdirnar, til eina bygd í Júdeu. Og hon kom inn við hús hjá Sakariasi og heilsaði Elisabet. Og tað bar so á, at í tí Elisabet hoyrdi heilsan Mariu, tá spældi burðurin í móðurlívi hennara. og Elisabet fyltist av hinum heilaga anda, og hon rópaði við harðari rødd og segði: «Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns! Og hvaðan hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur á mín fund? Tí sí, í tí at ljóðið av heilsan tíni kom mær í oyru, tá spældi burðurin av frøi í móðurlívi mínum. Og sæl er hon, sum trúði; tí at tað skal ganga út, sum er talað av Harranum til hennara.» Og Maria segði: «Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!» Men Maria dvøldist hjá henni um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín. Men hjá Elisabet leið tað at teirri stundini, at hon skuldi føða, og hon átti ein son. Og grannar og frændur hennara fingu at frætta, hvussu stóra miskunn Harrin hevði sýnt henni, og teir gleddust saman við henni. Og tað hendi áttanda dagin, tá komu teir at umskera barnið; og teir ætlaðu at kalla tað Sakarias eftir faðir hansara. Og móðir hansara svaraði og segði: «Nei, men Jóhannes skal hann eita.» Og teir søgdu við hana: «Tað er eingin í tíni ætt, sum ber hatta navnið.» Men teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvat hann vildi, at tað skuldi eita. Og hann bað fáa sær eina talvu og skrivaði soleiðis: «Jóhannes er navn hansara.» Og allir undraðust. Men í sama viðfangi opnaðist muður hansara og tunga, og hann talaði og lovaði Guði. Og ótti kom á øll, sum búðu har í nánd hjá teimum. Og í øllum fjallabygdunum í Júdeu varð nógv talað um øll hesi tíðindi. Og øll, sum frættu hetta, løgdu sær tað í geyma og søgdu: «Hvat man fara at verða av hesum barni?» Tí at hond Harrans var við honum. Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: «Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns; soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína: Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata; til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum, at vit, bjargað úr hondum fígginda vára, óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.» Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.
Men á fimtanda stjórnarári Tiberiusar keisara, meðan Pontius Pilatus var landshøvdingi í Júdeu, og Heródes var fjórðingshøvdingi í Galileu, og Filippus bróðir hansara fjórðingshøvdingi í landspartinum Itureu og Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene, og meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar, tá kom orð Guðs til Jóhannesar Sakariassonar í oyðimørkini. Og hann steig fram og fór um øll bygdarløgini við Jórdan og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna, eins og skrivað stendur í spádómsbók Jesaja profets: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara. Hvør ein lægd skal fyllast upp, og hvør ein hædd og hvør ein heygur skal javnast; og tað, ið krókut er, skal verða beinað, og tað, ið knortlut er, skal verða slættar gøtur; og alt hold skal síggja frelsu Guðs.» Hann segði tí við mannamúgvurnar, sum komu út til hansara at verða doyptar av honum: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: «Vit hava Ábraham til faðir;» tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. Men øksin liggur tí eisini longu við røturnar á trøunum; hvørt tað træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður tá avhøgt og kastað í eldin.» Og mannamúgvurnar spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» Men hann svaraði og segði við tey: «Tann, ið eigur tveir kyrtlar, býti við tann, ið ongan eigur; og tann, ið hevur mat, geri so við.» Men eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: «Meistari, hvat eiga vit at gera?» Men hann segði við teir: «Krevjið ikki meira enn tað, sum tykkum er lagt á!» Men eisini hermenn spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» Og hann segði við teir: «Noyðið ikki peningar av nøkrum við voldum ella svikum, og latið tykkum noyða við løn tykkara.» Men tá ið nú fólkið gekk í væntan, og tey øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, hvørt hann ikki mundi vera Kristus, tá svaraði Jóhannes og segði við øll: «Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari enn eg, og eg eri ikki verdur at loysa tveingir hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni fyri at tína allan sorn sín og goyma kornið saman í løðu síni; men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.» Og eisini við mongum øðrum áminningum bar hann fólkinum gleðiboðskapin. Men tá ið Heródes fjórðingshøvdingin varð átalaður av honum vegna Heródiasar, bróðurkonu hansara, og fyri alt tað illa, sum Heródes hevði gjørt, tá legði hann tað aftur at øllum hinum, at hann setti Jóhannes fastan. Men meðan alt fólkið varð doypt, bar tað so á, tá ið Jesus eisini var vorðin doyptur og helt bøn, at himmalin opnaðist, og heilagi andin steig niður yvir hann í likamligum líki sum ein dúgva, og ein rødd kom av himli: «Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka.» Og sjálvur var Jesus okkurt um tríati ára gamal, tá ið hann byrjaði, og var, sum tey hildu, sonur Jósefs, sonar Eli, sonar Mattats, sonar Levi, sonar Melki, sonar Jannai, sonar Jósefs, sonar Mattatiasar, sonar Ámosar, sonar Náhums, sonar Esli, sonar Naggai, sonar Máats, sonar Mattatiasar, sonar Simei, sonar Jóseks, sonar Jóda, sonar Jóhanans, sonar Resa, sonar Serubábels, sonar Sealtiels, sonar Neri, sonar Melki, sonar Addi, sonar Kosams, sonar Elmadams, sonar Ers, sonar Jesu, sonar Eliesers, sonar Jórims, sonar Mattats, sonar Levi, sonar Símeons, sonar Júda, sonar Jósefs, sonar Jónams, sonar Eljakims, sonar Melea, sonar Menna, sonar Mattata, sonar Nátans sonar Dávids, sonar Ísai, sonar Óbeds, sonar Bóasar, sonar Salmons, sonar Naksons, sonar Amminadabs, sonar Ráms, sonar Hesrons, sonar Peresar, sonar Júda, sonar Jákups, sonar Ísaks, sonar Ábrahams, sonar Tára, sonar Nákors, sonar Seruks, sonar Rehu, sonar Peleks, sonar Ebers, sonar Sela, sonar Kenans, sonar Arpaksads, sonar Sems, sonar Nóa, sonar Lameks, sonar Metúsala, sonar Enoks, sonar Jareds, sonar Malálaels, sonar Kenans, sonar Enosar, sonar Sets, sonar Ádams, sonar Guðs.
Men Jesus vendi aftur frá Jórdan, fullur av heilagum anda, og hann varð av andanum førdur út í oyðimørkina í fjøruti dagar, alt meðan hann varð freistaður av djevulinum. Og hann át einki teir dagarnar, og tá ið teir vóru lidnir, fór hann at hungra. Men djevulin segði við hann: «Ert tú sonur Guðs, tá sig við henda steinin, at hann skal verða breyð.» Og Jesus svaraði honum: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina.» Tá fór hann niðan á við honum og sýndi honum øll ríki heimsins í einum eygnabragdi. Og djevulin segði við hann: «Tær vil eg geva alt hetta veldið og dýrd teirra, tí at mær er tað givið í hendur, og eg lati hvønn fáa tað, sum eg vil. Um tú tí vilt tilbiðja meg, tá skal tað alt verða títt.» Og Jesus svaraði og segði við hann: «Skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»» Og hann fór við honum inn í Jerúsalem og setti hann upp á tindin á halgidóminum og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg oman hiðani; tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, at teir skulu varðveita teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki skalt meiða fót tín á nøkrum steini.»» Og Jesus svaraði og segði við hann: «Tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»» Og tá ið djevulin hevði lokið alla freisting, veik hann frá honum um stund. Og Jesus vendi í kraft andans aftur til Galileu; og tíðindi um hann komu út um øll bygdarløgini har um vegir. Og hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum. Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.» Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.» Og øllum leitst væl á hann, og tey undraðust á tey lívsælu orð, sum komu av munni hansara; og tey søgdu: «Er hann ikki sonur Jósefs?» Og hann segði við tey: «Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: «Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.»» Og enn meira segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi. Men eg sigi tykkum av sonnum: Mangar vóru einkjurnar í Ísrael á døgum Elia, tá ið himmalin var latin aftur í trý ár og seks mánaðir, ta ferðina tað var stórur hungur í øllum landinum; og til onga teirra var Elia sendur, men bert til Sáreptu við Sidon til eina einkju. Og mangir vóru hinir spitalsku í Ísrael, meðan Elisa profetur var uppi á døgum, og eingin teirra varð reinsaður, men eina Náaman Sýriulendingur.» Og øll í samkomuhúsinum vórðu full av vreiði, tá ið tey hoyrdu hetta, og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har. Men hann gekk ígjøgnum, mitt ímillum teirra, og fór leið sína. Og hann kom oman til Kapernaum, eina bygd í Galileu; og hann lærdi tey har um hvíludagin; og tey vóru bilsin av læru hansara, tí at tala hansara var við mekt og mæti. Og í samkomuhúsinum var ein maður, sum hevði ein óreinan, illan anda, og hann rópaði so hart, sum hann var mentur: «Ey! Hvat hava vit at gera við teg, Jesus úr Nasaret? Ert tú komin at oyðileggja okkum? Eg veit, hvør tú ert, hin heilagi Guðs.» Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» Og hin illi andin rendi hann mitt inn ímillum teirra og fór út úr honum, men hevði ikki skaðað hann nakað. Og ræðsla kom á øll, og tey talaðu saman sín ámillum og spurdu hvør annan: «Hvat er hetta fyri orð? Tí at við mátti og megi býður hann teimum óreinu andunum, og teir fara út!» Og tíðindini um hann komu út allar staðir har um vegir. Men hann reistist og fór út úr samkomuhúsinum og gekk inn við hús hjá Símuni. Men vermóðir Símunar lá sjúk, yvirtikin av sterkari hitasótt; og tey bóðu hann fyri hana. Og hann gekk fram at henni og stóð uppi yvir henni og hótti at hitasóttini, og hon fór av henni; og í stundini fór hon upp og borðreiddi fyri teimum. Men tá ið sólin setti, komu øll tey, sum høvdu sjúk fólk av alskyns sjúkum, við teimum til hansara; og hann legði hendurnar á hvørt eitt av teimum og grøddi tey. Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus. Men tá ið dagur var komin, gekk hann út og fór burtur á ein oyðistað, og mannamúgvurnar leitaðu eftir honum; og tey komu til hansara og royndu at halda honum aftur, at hann ikki skuldi fara frá teimum. Men hann segði við tey: «Eg eigi eisini at bera hinum bygdunum gleðiboðskapin um Guðs ríki, tí at til tess varð eg sendur.» Og hann prædikaði í samkomuhúsunum í Galileu.
Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum. Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.» Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir. Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!» Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum. Og tað bar so á, meðan hann var í eini bygdini, at har var ein maður, fullur av spitalskusjúku; og tá ið hann sá Jesus, kastaði hann seg niður fram eftir rommum og bað hann og segði: «Harri, um tú vilt, kanst tú reinsa meg.» Og hann rætti hondina út, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum. Og hann beyð honum ikki at siga nøkrum hetta; men «far tú avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum!» Men tíðindini um hann komu hvaðna víðari um, og stórar mannfjøldir komu saman at lýða á hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum. Men sjálvur hevði hann seg undan út í oyðimerkurnar og helt bøn. Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi, at har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galileu og Júdeu og úr Jerúsalem; og kraft Harrans var yvir honum til at grøða. Og sí, tá komu menn berandi við einum manni, sum var giktsjúkur, á eini song; og teir royndu at bera hann inn og leggja hann niður framman fyri hann. Og tá ið teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri mannamúgvuni, fóru teir upp á tekjuna og lótu hann við songini síga niður millum taksteinanna beint framman fyri Jesus. Og tá ið hann sá trúgv teirra, segði hann: «Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!» Og hinir skriftlærdu og Fariseararnir tóku at hugsa við sær sjálvum og søgdu: «Hvør er hesin, sum talar slíka gudsspottan? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Guð eina?» Men tá ið Jesus skildi hugsan teirra, svaraði hann og segði við teir: «Hvat hugsa tit í hjørtum tykkara? Hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar», ella at siga: «Statt upp og gakk?» Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir,» – tá segði hann við hin giktsjúka –: «Eg sigi tær, statt upp og tak song tína og far heim til tín sjálvs!» Og í stundini stóð hann upp beint fyri eygunum á teimum, tók legu sína og fór heim til sín sjálvs lovandi Guði. Og øll stóðu bilsin og ovfarin, og tey lovaðu Guði; og tey vóru full av ótta og søgdu: «Vit hava í dag sæð tað, sum er ótrúligt.» Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: «Fylg mær!» Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. Og Levi gjørdi eina stóra veitslu fyri honum heima við hús hjá sær sjálvum, og har var ein stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs saman við teimum. Og Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra illkendust við lærusveinar hansara og søgdu: «Hví eta tit og drekka tit í felagi við tollarum og syndarum?» Og Jesus svaraði og segði við teir: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar.» Men teir søgdu við hann: «Lærusveinar Jóhannesar fasta ofta og halda bønir, og somuleiðis eisini teir hjá Farisearunum; men teir hjá tær eta og drekka.» Men Jesus segði við teir: «Munnu tit kunna fáa brúðmenninar at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Men dagar skulu koma, og tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, tá skulu teir fasta á teimum døgum. Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Eingin skræðir eina bót av einum nýggjum klæðum og setir hana í eini gomul klæði; annars skræðir hann tey nýggju sundur, og bótin av teimum nýggju hóskar ikki upp í tey gomlu. Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir hitt nýggja vínið leðurfløskurnar, og tað fer til spillis, og leðurfløskurnar fara fyri einki. Men nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar leðurfløskur. Tá verða báðir partar goymdir. Og eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, ynskir sær nýtt; tí at hann sigur: hitt gamla er gott.»
Tá ið hann hevði endað øll orð síni, meðan fólkið lýddi á, fór hann inn í Kapernaum. Men har var ein herhøvdingi, ið hevði ein húskall, sum var sjúkur og lá at doyggja og sum hann helt nógv um. Men tá ið hann fekk at frætta um Jesus, sendi hann nakrar av hinum elstu millum Jødanna til hansara at biðja hann koma og bjarga lívinum í húskalli sínum. Og tá ið teir komu til Jesus, bóðu teir hann bønliga og søgdu: «Hann er tess væl verdur, at tú gert hetta fyri hann; tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum.» Og Jesus fór tá við teimum. Men longu tá ið teir høvdu stutt eftir til húsa, sendi herhøvdingin nakrar vinmenn sínar til hansara og læt siga við hann: «Harri, ger tær ongan ómak! Tí at eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær. Tí helt eg meg sjálvan heldur ikki verdan at koma til tín; men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur. Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.» Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann á hann; og hann vendi sær á og segði við mannamúgvuna, sum fylgdist við honum: «Tað sigi eg tykkum: Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið so mikla trúgv.» Og tá ið teir, sum sendir vóru, komu heim aftur til húsa, funnu teir húskallin frískan. Og tað hendi dagin eftir, at hann fór til eina bygd, sum eitur Nain; og fleiri av lærusveinum hansara og ein stórur mannaskari vóru í ferðini við honum. Men tá ið hann nærkaðist bygdarliðinum, sí, tá varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur hjá móður síni, og hon var einkja, og stórur skari úr bygdini fylgdist við henni. Og tá ið Harrin sá hana, tókti honum hjartaliga synd í henni, og hann segði við hana: «Grát ikki!» Og hann gekk fram at líkbøruni og nam við hana; men teir, sum bóru, steðgaðu; og hann segði: «Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!» Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala; og hann gav móður hansara hann. Men ótti kom á øll, og tey lovaðu Guði og søgdu: «Stórur profetur er risin upp okkara millum,» og: «Guð hevur vitjað fólk sítt.» Og hesi tíðindi um hann komu út um alla Júdeu og allar staðir har í nánd. Og lærusveinar Jóhannesar søgdu honum frá øllum hesum. Tá kallaði Jóhannes tveir av lærusveinum sínum til sín og sendi teir til Harrans og læt siga: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» Fram komnir til hansara søgdu menninir: «Jóhannes doyparin hevur sent okkum til tín og letur siga: Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» Á teirri somu stund grøddi hann mong frá sjúkum og plágum og illum andum, og mongum blindum gav hann sjónina aftur. Og hann svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyv hoyra, deyð rísa upp, fátækum verður gleðiboðskapurin boðaður; og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.» Men tá ið sendisveinar Jóhannesar vóru avstað farnir, tók Jesus undir at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at skoða? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein mann klæddan í mjúk klæði? Sí, teir, sum ganga í skartaklæðum og liva í góðgæti, eru í kongshøllum. Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. Hann er tann, sum skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» Eg sigi tykkum: Eingin av kvinnubornum er størri profetur enn Jóhannes; men hin minsti í Guðs ríki er størri enn hann. Og alt fólkið, sum lýddi á hann, og tollararnir við, góvu Guði rætt, við tað at tey vórðu doypt við dópi Jóhannesar. Men Fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guðs ráð við teimum sjálvum til einkis, við tað at teir vórðu ikki doyptir av honum. Hvat skal eg tá líkna fólkini í hesi slekt við? Hvørjum eru tey lík? Tey líkjast børnum, sum sita á torgi og rópa hvørt til annað og siga: «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit grótu. Tí at Jóhannes doyparin er komin; hann hvørki át breyð ei heldur drakk vín, og tit siga: «Hann hevur ein illan anda.» Menniskjusonurin er komin; hann etur og drekkur, og tit siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av øllum børnum sínum.» Men ein av Farisearunum beyð honum at koma og eta hjá sær; og hann fór inn við hús hjá Farisearanum og settist til borðs. Og sí, har var í bygdini ein syndafull kona; og tá ið hon fekk at vita av, at hann sat til borðs heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini alabastur-krukku av smyrslum og stillaði seg aftan fyri hann við føturnar á honum grátandi, og tók til at væta føtur hansara við tárum sínum og turkaði teir við høvuðhári sínum; og hon kysti føtur hansara og salvaði teir við smyrslunum. Men tá ið Farisearin, sum hevði boðið honum, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: «Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað, hvør og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at hon er ein syndafull kona.» Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Símun, eg havi nakað at siga tær.» Men hann sigur: «Meistari, sig tað!» Ein maður, sum lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimmti. Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum eftir. Hvør teirra man nú elska hann meira?» Símun svaraði og segði: «Eg haldi, tann, sum hann gav meira eftir.» Men hann segði við hann: «Rætt dømdi tú.» Og í tí hann vendi sær móti konuni, segði hann við Símun: «Sært tú hesa konuna? Eg kom inn í hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki uppat, frá tí eg kom inn, at kyssa føtur mínar. Tú salvaði ikki høvur mítt við olju; men hon salvaði føtur mínar við smyrslum. Av teirri grund sigi eg tær: Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.» Men hann segði við hana: «Syndir tínar eru fyrigivnar.» Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við sær sjálvum: «Hvør er hesin, sum eisini fyrigevur syndir?» Men hann segði við konuna: «Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!»
Og tað hendi í teirri tíðini, sum kom aftaná, at hann ferðaðist um, stað úr staði og bygd úr bygd og prædikaði og boðaði gleðiboðskapin um Guðs ríki, og saman við honum teir tólv og nakrar kvinnur, sum hjálptar vóru frá illum andum og sjúkdómum: Maria, Magdalena tey kalla, sum sjey illir andar vóru farnir út úr, og Jóhanna, kona Kúsa, húsfúta Heródesar, og Súsanna og mangar aðrar, sum tænaðu teimum við tí, sum tær áttu. Men tá ið stór mannamúgva var saman komin, og tey fóru út til hansara úr eini bygd fyri og aðrari eftir, segði hann við einum líknilsi: «Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt; og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við veginum og varð niðurtraðkað, og himmalsins fuglar ótu tað upp. Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks, følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu. Og sumt fell mitt niður millum tornir, og tornirnar vuksu upp við og køvdu tað. Og sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst. Tá ið hann hetta segði, rópaði hann: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!» Men lærusveinar hansara spurdu hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða. Men hann segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál Guðs ríkis, men hinum í líknilsum, til tess at tey, tó at tey síggja, ikki mega síggja, og tó at tey hoyra, ikki mega fata. Men hetta hevur líknilsið at týða: Sáðið er Guðs orð. Og tey fram við veginum eru tey, sum hoyra á; síðan kemur djevulin og tekur orðið úr hjarta teirra, til tess at tey ikki skulu trúgva og verða frelst. Men tey á hellubotninum eru tey, sum taka við orðinum við gleði, tá ið tey hoyra tað; men hesi hava onga rót; tey trúgva eitt skifti; og á royndarstund falla tey frá. Men tað, sum fell millum tornirnar, tað eru tey, sum hoyra og síðan verða køvd av lívsins sorgum og ríkidømi og njótingum og ikki bera búna frukt. Men tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni. Men eingin, sum kveikt hevur eitt ljós, krógvar tað undir einum keraldi ella setir tað undir eina song: men hann setir tað í ein ljósastaka, at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið. Tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma í ljósmála. Gevið tí gætur eftir, hvussu tit hoyra; tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava.» Men móðir hansara og brøður hansara komu til hansara, og tey kundu ikki sleppa fram at honum fyri mannfjøldini. Og honum vórðu tey boð send: «Móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan og vilja hitta teg.» Men hann svaraði og segði við tey: «Móðir mín og brøður mínir eru hesi, sum hoyra Guðs orð og gera eftir tí.» Men tað bar so á ein dagin, at hann fór út í ein bát og lærusveinar hansara við honum, og hann segði við teir: «Latum okkum fara yvirum hinumegin vatnið!» Og teir fóru undir segl. Men meðan teir sigldu, sovnaði hann. Og ein meldurglaða kom eftir vatninum, so at báturin fyltist, og teir vóru í vanda. Teir fóru tá og vaktu hann og søgdu: «Meistari, meistari, vit ganga burtur!» Men hann reistist og hótti at vindinum og aldubrotunum; og tað slætnaði og varð blikalogn. Og hann segði við teir: «Hvar er trúgv tykkara?» Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: «Hvør man tó hesin vera, at hann býður yvir bæði vindunum og vatninum, og tey akta hann?» Og teir komu at landi í bygdarlaginum hjá Gerasenum, sum er beint yvir av Galileu. Men tá ið hann kom upp á land, kom ímóti honum ein maður úr bygdini, sum illir andar vóru í; og langa tíð hevði hann ikki verið í klæðum og hevði ikki heftst við hús, men hildið til í gravarhellunum. Men tá ið hann sá Jesus, skar hann í róp og fell niður fyri honum og segði við harðari rødd: «Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, sonur Guðs hins hægsta? Eg biði teg, at tú ikki mást pína meg!» Tí at hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Tí at í langar tíðir hevði hann tuskað um við honum, og hann hevði verið bundin við leinkjum og fótfjøtrum og havdur í varðveitslu; og hvørja ferð hevði hann kvett bondini og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimerkurnar. Men Jesus spurdi hann og segði: «Hvat er navnið títt?» Men hann segði: «Legión»; tí at mangir illir andar vóru farnir inn í hann. Og teir bóðu hann, at hann ikki mátti áleggja teimum at fara niður í avgrundina. Men har var eitt stórt svínafylgi, sum gekk á biti á fjallinum; og teir bóðu hann at loyva sær at fara inn í tey, og hann loyvdi teimum tað. Men hinir illu andarnir fóru út úr manninum og fóru inn í svínini, og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið og kódnaði. Men tá ið hirðarnir sóu tað, sum hent var, rýmdu teir og bóru tíðindi um hetta inn í staðin og út um bygdir. Og tey fóru út at síggja tað, sum hent var, og tey komu til Jesus og funnu mannin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi ílatnan og við sínum fulla viti við føturnar á Jesusi; og ótti kom á tey. Men teir, sum sæð høvdu, greiddu teimum frá, hvussu tann, sum hinir illu andarnir vóru í, var vorðin bjargaður. Og alt fólkið har í nánd hjá Gerasenum bað hann fara avstað haðani burtur frá teimum, tí at stór ræðsla var komin á tey. Hann steig tá aftur í bátin og fór avstað aftur. Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað hann um at sleppa at vera hjá honum; men hann læt hann fara frá sær og segði: «Far tú heim aftur til tín sjálvs og sig frá, hvørjar stórgerðir Guð hevur gjørt tær.» Og hann fór avstað og kunngjørdi um alla bygdina, hvørjar stórgerðir Jesus hevði gjørt honum. Men tá ið Jesus kom aftur, tók mannfjøldin væl ímóti honum; tí at øll bíðaðu eftir honum. Og sí, har kom maður, nevndur Jairus, og hann var forstøðumaður fyri samkomuhúsinum; og hann fell Jesusi til fóta og bað hann koma heim til sín; tí at einasta dóttirin, hann átti, um tólv ára gomul, lá at doyggja. Men meðan hann var á leiðini hagar, trongdust mannamúgvurnar uttan um hann. Og har var ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hon hevði givið út alla ogn sína til læknar, men ikki fingið nakra hjálp hjá nøkrum; hon kom til aftan ífrá og nam við faldin á kappa hansara, og í somu stund helt blóðsótt hennara uppat. Og Jesus segði: «Hvør var tað, sum nam við meg?» Men tá ið øll noktaðu fyri tí, segði Pætur og teir, sum við honum vóru: «Meistari, mannamúgvan treingist og troðkast um teg.» Men Jesus segði: «Nakar nam við meg, tí at eg kendi á mær, at ein kraft gekk út frá mær.» Men tá ið konan sá, at hon ikki var duld, kom hon piprandi og fell niður fyri hann og segði frá, so alt fólkið hoyrdi, av hvørji grund hon hevði nomið við hann, og hvussu hon í somu stund var vorðin frísk. Men hann segði við hana: «Dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg. Far tú í friði!» Meðan hann enn talaði, kemur nakar heiman frá forstøðumanninum fyri samkomuhúsinum og sigur: «Dóttir tín er sloknað ger meistaranum ongan ómak longur.» Men tá ið Jesus hetta hoyrdi, svaraði hann honum: «Óttast ikki; trúgv eina, so skal hon verða bjargað!» Men tá ið hann kom at húsum, lovaði hann ongum at fara inn við sær uttan Pæturi og Jóhannesi og Jákupi og faðirinum og móðurini at gentuni. Og tey grótu øll og illa lótu uppi yvir henni; men hann segði: «Grátið ikki; hon er ikki deyð, men hon svevur.» Og tey læðu at honum, tí at tey vistu, at hon var deyð. Men hann tók í hondina á henni og rópaði og segði: «Genta, reis teg upp!» Og andi hennara vendi aftur, og hon reistist í stundini; og hann beyð teimum at geva henni okkurt at eta. Og foreldur hennara vórðu heilt bilsin. Men hann beyð teimum ongum at siga frá hesum tilburði.
Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk. Og hann segði við teir: «Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. Og í hvørjum húsum, sum tit koma inn í, har skulu tit verða og haðani skulu tit halda ferðini avstað aftur. Og har sum tey ikki vilja taka móti tykkum, haðani skulu tit fara burtur úr teirri bygdini og rista dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.» Men teir fóru avstað og ferðaðust úr bygd í bygd og bóru gleðiboðskapin og grøddu allar staðir. Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum, og summi, at Elia var komin til sjóndar; upp aftur onnur, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, var risin upp. Men Heródes segði: «Jóhannes havi eg latið hálshøgga; men hvør er hesin, sum eg hoyri sovorðin tíðindi um?» Og hann royndi at fáa at síggja hann. Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda. Men tá ið mannamúgvurnar fingu tað at vita, fóru tær aftan á hann; og hann tók ímóti teimum og talaði til teirra um Guðs ríki og grøddi tey, sum trongdu til heilsubótar. Men dagurin tók at halla; og teir tólv komu til hansara og søgdu við hann: «Lat mannamúgvuna fara avstað, at tey kunnu fara til bygdirnar og garðarnar her í nánd og fáa sær innivist og finna sær okkurt til matna, tí at her eru vit á einum oydnum staði.» Men hann segði við teir: «Gevið tit teimum at eta!» Men teir søgdu: «Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar, uttan so er, at vit fara at keypa mat til alt hetta fólkið.» Men tey vóru okkurt um fimm túsund fólk. Men hann segði við lærusveinar sínar: «Latið tey setast niður í flokkum, fimmti í hvørjum!» Og teir so gjørdu og lótu øll setast niður. Men hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar, leit upp til himmals og vælsignaði tey og breyt tey sundur, og hann fekk lærusveinunum tey at bera mannamúgvuni. Og tey ótu og vórðu øll mett; og tað, sum tey leivdu av molum, varð hentað upp, tólv fullar tægur. Og tað hendi, meðan hann var einsamallur og helt bøn, at lærusveinar hansara vóru hjá honum, og hann spurdi teir og segði: «Hvønn siga fólk meg vera?» Men teir svaraðu og søgdu: «Jóhannes doyparan; summi: Elia; og summi, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, er risin upp.» Men hann segði við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá svaraði Pætur og segði: «Guðs Kristus.» Men hann legði teimum ríkan við ikki at siga hetta fyri nøkrum, og segði: «Menniskjusonurin eigur at líða mangt og verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða tikin av døgum og at rísa upp á triðja degi.» Og hann segði við øll: «Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí. Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær? Tí at hvør tann, sum skammast við meg og orð míni, hann skal menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í dýrd síni og faðirsins og heilaga einglanna. Men av sonnum sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki.» Men tað bar so á okkurt um átta dagar eftir hesa røðu, at tá tók hann Pætur og Jóhannes og Jákup við sær og fór niðan á eitt fjall at halda bøn. Og tað hendi í tí hann bað, at yvirbragdið í andliti hansara varð øðrvísi, og klæði hansara vórðu skínandi hvít. Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia; teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem. Men Pætur og felagar hansara vóru avkomnir í svøvni; men tá ið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd hansara og teir báðar menninar, sum stóðu hjá honum. Og í tí teir skuldu skiljast frá honum, tá segði Pætur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina!» – tí at hann visti ikki, hvat hann segði. Men meðan hann hevði hetta á máli, kom eitt skýggj og skuggaði yvir teimum; og teir vórðu ræddir, tá ið teir komu inn í skýggið. Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: «Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!» Men tá ið røddin kom, var Jesus einsamallur. Og teir tagdu, og í teimum døgunum søgdu teir ongum frá nøkrum av tí, sum teir høvdu sæð. Men tað hendi dagin eftir, tá ið teir vóru komnir oman av fjallinum, at ein stór mannfjøld kom ímóti honum. Og sí, ein maður úr fjøldini rópaði og segði: «Meistari, tað biði eg teg, hygg mær til son mín, tí at hann er einasta barn mítt! Og sí, ein andi tekur hann, og í stundini nístir hann, og hann skræðir í hann, so at froðan veður um munnin á honum, og tað er nóg illa, at hann sleppir honum, sum hann pínir hann. Og eg bað lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki mentir.» Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!» Men enn meðan hann gekk hagar, reiv og sleit hin illi andin ræðuliga í hann. Men Jesus hótti at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur. Men tey stóðu øll heilt bilsin av hátign Guðs. Men meðan øll undraðust á alt tað, sum hann gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar: «Leggið tykkum hesi orð í oyruni: Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur!» Men teir skildu ikki hetta orðið, og tað var dult fyri teimum, so at teir ikki fataðu tað; og teir firnaðust fyri at spyrja hann um hetta orðið. Men tann hugsan kom upp ímillum teirra, hvør teirra mundi vera størstur. Men tá ið Jesus sá hjartans hugsan teirra, tók hann eitt lítið barn og setti tað hjá sær, og segði við teir: «Hvør tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni mínum, hann tekur ímóti mær; og hvør tann, sum tekur ímóti mær, hann tekur ímóti honum, sum sendi meg; tí at tann, sum minstur er av tykkum øllum, hann er stórur.» Men Jóhannes tók til orða og segði: «Meistari, vit sóu ein mann reka út illar andar í navni tínum, og vit forbjóðaðu honum tað, tí at hann ikki er í fylgi við okkum.» Men Jesus segði við hann: «Forbjóðið tað ikki, tí at tann, sum ikki er ímóti tykkum, hann er við tykkum.» Men tá ið tað leið at teirri tíðini, at hann skuldi verða upptikin, tá vendi hann andliti sínum móti Jerúsalem og ætlaði sær hagar. Og hann sendi menn út við boðum undan sær. Og teir fóru avstað og komu í eina bygd hjá Sámáriubúgvum fyri at fáa honum innivist. Men teir tóku ikki ímóti honum, av tí at hann var á ferð til Jerúsalem. Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: «Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)?» Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: «Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum.») Og teir fóru í eina aðra bygd. Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: «Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» Og Jesus segði við hann: «Revar eiga holur og himmalsins fuglar reiður; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» Men hann segði við ein annan: «Fylg mær!» Men hesin segði: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» Men hann segði við hann: «Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!» Men eisini ein annar segði: «Eg vil fylgja tær, Harri, men lova mær fyrst at heilsa teimum heima við hús hjá mær!» Men Jesus segði við hann: «Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.»