Unnamed: 0
int64 0
437k
| Text
stringlengths 22
410k
|
---|---|
100 | Í flestu vørubólkum eru ikki so stórar broytingar. Størsta minkingin er í bólkinum brennievni, har vit hava keypt fyri ein fjórðing minni enn í fjør. Eisini eru nakað færri av bilum fluttir inn. Størsta vøksturin síggja vit í bólkinum rávøra til fiskavirking. Har er innflutningurin meir enn tvífaldaður. Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6%. |
101 | Fyri landið alt vaks fólkatalið 660 frá januar 2010 til januar 2020\. Men gongdin hevur verið ymisk í kommunum kring landið, eins og millum bygdirnar í hvørjari kommunu sær. Í yvirlitinum niðast í hesi grein sæst broytingin tíggjuáraskeiðið 2010-2020 í fólkatalinum eins og kyns- og aldursbýtið janunar 2020 í teimum 117 bygdunum og 29 kommununum. Samanlagt er fólkatalið hesi árini vaksið 660 ella 7,5%. Í 15 kommunum er fólkatalið vaksið, í einari er óbroytt og í 13 er fólkatalið minkað. Størsti vøksturin hevur verið í teimum trimum størstu kommununum, Tórshavnar við 168 fólkum (11%), Klaksvíkar við 382 fólkum (8%) og Runavíkar við 364 fólkum (10%) Næstar eru tær tríggjar stóru kommunurnar við umleið 000 íbúgvum, Vága við 195 fólkum (10%), Eystur við 193 fólkum (10%) og Sunda við 160 fólkum (eisini 10%). Síðani koma nakrar miðalstórar kommunur, við fólkatali millum 000 og 500 fólk. Har er vøksturin størstur í Sørvágs, Sjóvar, Nes og Vestmanna kommunu og nakað minni í Fuglafjarðar kommunu. Men tað er ein av teimum smáu kommununum í Norðureysturoy, sum yvirhálar miðalstóru kommunurnar við 98 nýggjum íbúgvum (15%) og tað er Eiðis kommuna. Hetta er samstundis tann størsti lutfalsligi vøksturin av øllum kommunum í landinum. Sunnanfyri Skopunarfjørð er tað bara Vágs kommuna, sum ikki er minkað, men her er fólkatalið bara vaksið við einum persóni. Í tali er minkað mest í Hvalbiar kommunu og í Skopunar Kommunu við ávíkavist 43 og 41 fólkum. Av kommununum norðanfyri Skopunarfjørð eru tað bara Hvannasunds og Viðareiðis kommuna, har fólkatalið er minkað. Aldursbýtið í kommununum Lutfalsliga eru fægst undir 16 ár og flest yvir 66 ár í teimum minstu kommununum. Undantøk eru tó millum tær smærru kommunurnar, eitt nú í Kunoyar og Eiðis kommunu, har tað eru lutfalsliga nógv ung og fá eldri. Samstundis eru stórar kommunur sum Tvøroyrar og Vágs við lutfalsliga færri av teimum yngstu og fleiri av teimum elstu. Eisini næststørsta kommunan í landinum hevur nakað færri av teim yngstu og nakað fleiri av teim elstu enn miðal fyri landið. Kynsbýtið í kommununum Miðalbýtið millum mannfólk og konufólk fyri alt landið er 51,7% mannfólk og 48,3% konufólk. Kommunur, ið hava eitt javnari kynsbýti, eru serliga Tórshavnar og Sørvágs, men eisini smáar kommunur sum Húsavíkar og Sands. Av teimum stóru kommunum, ið hava eitt ójavnari kynsbýti enn miðalbýtið fyri landið, eru m.a. stórar kommunur, sum Runavíkar, Fuglafjarðar, Sunda og Eystur kommuna. Hetta er eisini galdandi í Eiðis kommunu, sum er millum minnu kommunurnar. Mest ójavna kynsbýtið er í útoyggjakommununum Skúgvoyar og Fugloyar kommunu. Í kommununum er heildarmyndin, at stóru bygdirnar vaksa og tær smáu minka. |
102 | Ferðavinnan hevur verið nógv ávirkað av koronu í ár. Tað hava verið gott 000 færri gistinætur á gistingarhúsunum í august í ár í mun til sama mánað í fjør. Sum tað sæst á myndini niðanfyri, so er tað serliga uttanfyri Tórshavnarøki, at talið av gistináttum hevur verið minni. |
103 | Nú kommunuvalið nærkast setur Hagstova Føroya sjóneykuna á kommunurnar. Hesa ferð á tøku inntøkuna hjá borgarum í kommununum – tann inntøkan, sum borgarin hevur eftir skattir og gjøld. Vit samanbera tøku inntøkuna hjá borgarunum í kommununum við at brúka miðinntøkuna. Miðinntøka merkir, at inntøkurnar hjá borgarunum í kommununi verða skipaðar frá teimum lægstu til tær hægstu og síðan verður mittasta inntøkan brúkt. Miðinntøkan verður mett at vera betri mát enn miðalinntøkan, tá inntøkustøðan hjá vanliga borgaranum í kommununi skal samanberast. Miðalinntøkan kann ávirkast nógv av inntøkuni hjá fáum einstaklingum, serliga í smáum kommunum. Miðalinntøkan gevur tí ikki altíð eina rættvísandi mynd fyri vanliga borgaran í kommununi. Fyri lesbari verður tøka miðinntøkan í greinini nevnd inntøkan. Talvan niðanfyri vísir inntøkuna í kommununum frá 2009 til 2018 við tríára millumbilum. Í 2018 var tann hægsta inntøkan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu, sum var 000 kr. Á øðrum plássi er Kunoyar kommuna við 193 tús. kr. Merkisvert er, at Kunoyar Kommuna í 2009 lá á plássi, men síðani 2012 hevur inntøkan hjá kunoyingum verið millum tær hægstu í landinum. Í teimum fýra stóru kommununum Fuglafjarðar, Klaksvíkar, Tvøroyrar og Runavíkar kommunu var inntøkan júst tann sama - 000 kr. Lægsta inntøkan í 2018 á 135 tús. kr. var í Húsavíkar kommunu. Næstniðast og triðniðast vóru Hovs og Sumbiar kommuna. Myndin niðanfyri vísir inntøkuna í kommunum í 2009 og 2018, har tær eru í raðfylgju eftir inntøkustødd í |
104 | Útreiðslur og inntøkur hjá kommununum Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju, eftir hvussu stórar útreiðslur tær høvdu fyri hvønn íbúgva í Myndin vísir, at tað sum heild eru tær størstu kommunurnar, ið bera tær størstu útreiðslurnar, roknað pr. íbúgva. Og hinvegin, at tær smáu kommunurnar sum heild bera minstu útreiðslurnar pr. íbúgva. Verður hugt eftir inntøkunum er heildarmyndin tann, at størsti munurin millum inntøkur og útreiðslur pr. íbúgva er í smáu kommunum. Mest víðgongdu dømini í hesum sambandi eru Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur. Øvugt eru útreiðslurnar pr. íbúgva størri enn inntøkurnar í flestu stóru og einstøkum smærri kommunum, so sum Fuglafjarðar, Tvøroyrar og Sjóvar kommunum. Taka vit tríggjar tær størstu kommunurnar, so eru útreiðslurnar væl størri enn inntøkurnar í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum, men í Runavíkar kommunu eru inntøkurnar tó størri enn útreiðslurnar. Fuglafjarðar kommuna skilir seg burturúr millum tær stóru kommunurnar, bæði við nógv størstu útreiðslum men eisini við størstu inntøkunum fyri hvønn íbúgva. Nettoskuldin hjá kommununum Verður hugt eftir nettoskuldini pr. íbúgva í kommununum, er myndin tann, at her hava vit nakrar av stóru kommununum við størstu nettoskuldini, so sum Vágs, Runavíkar, Tvøroyrar og Klaksvíkar kommunur. 10 av kommununum hava ikki nettoskuld men netto ogn - tað eru aftur tær minst kommunurnar. Størsta kommuna í landinum, Tórshavnar kommuna, hevur eisini eina lítla netto ogn. |
105 | Serligu umstøðurnar, ið samfelagið hevur virkað undir síðan korona-smittan rakti um miðjan mars, hava ivaleyst ávirkað húsarhald og vinnulív á ymsan hátt, og ein viðkomandi spurningur í hesum tíðum er, í hvønn mun óvanligu umstøðurnar hava ávirkað søluna av vanligu gerandisvørunum. Tiltøk vórðu sett í verk um hálvan mars, t.v.s. meginpartin av fyrsta ársfjórðingi virkaði samfelagið undir vanligum umstøðum uttan tiltøk, men hóast hetta, so var umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði í ársfjórðingi 8,5 prosent minni í mun til ársfjórðing í fjør. Nýggjastu tølini fyri ársfjórðing vísa nú ein vøkstur á 6,9 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Umsetningurin er samansettur av prísi og seldum mongdum av vøruni, og verður hædd tikin fyri prísbroyting, fæst mát fyri broyting í mongd. Prísir á klædnavørum og fótbúnaði eru í miðal øktir 3,3 prosent frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 3,4 prosent. Til uppgerðina fyri ársfjórðing frá juni var trendurin í vísitalinum fallandi. Nú nýggj umsetningstøl fyri ársfjórðing eru tøk, er trendurin vaksandi. Fyri vørubólkin mat og alkoholfríar drykkjuvørur hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur fyrru hálvu av 2020 samanborið við fyrru hálvu av Umsetningurin ársfjórðing og ársfjórðing í ár var ávikavist 12,1 og 14,2 prosent størri í mun til somu ársfjórðingar í fjør. Í 2007 og stutt undan fíggjarkreppan rakti, sást slíkur vøkstur sum hesin. Vøksturin hesaferð kemst helst av, at húsarhald í størri mun enn áður hava matgjørt við hús vegna afturlating av almennum stovnum, skúlum og matstovum. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,7 prosent frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av hesum vørum vaksin 12,5 prosent. Seinastu tølini vísa eisini vaksandi trend. Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin og ársfjórðing í ár ávikavist 6,7 og 14 prosent størri í mun til somu ársfjórðingar í fjør. Prísurin fyri henda vørubólkin hevur seinastu 10 árini í miðal verið lækkandi, og frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár eru prísirnir tó í miðal hækkaðir nakað, og verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av hesum vørum vaksin 13,3 prosent. Seinastu tølini vísa eisini vaksandi trend. |
106 | Ein fólkavøkstur á 768 ella 1,5% er framvegis ein stórur vøkstur, hóast tað er nakað minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði 2018/19, tá fólkatalið vaks við 919, svarandi til 1,8%. Munurin stendst serliga av, at nettotilflytingin eru nakað minni, sum sæst av talvuni niðanfyri. Hesir síðstu mánaðirnar hava tó verið serstakir, og nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi. Tað er ilt at siga, um tað m.a. er hetta sum ger, at ein munur er í gongdini í fólkatalinum í ár, samanborið við í fjør. Í myndini niðanfyri sæst tó, at munurin ikki er so stórur, at tað sæst aftur í trendinum, sum vísir langtíðargongdina í rákinum. Flytingin millum Føroyar og útlond Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 6-7 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og veksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er tó nakað broytt síðsta árið, tí nú er tilflytingin minkað nakað og fráflytingin vaksin eitt sindur. Síðsta 12-mánaðarskeið er tilflytingin minkað við 120 fólkum (sí talvuna frammanfyri) og fráflytingin vaksin við Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini er tí minkað úr 629 fólkum til Fødd, deyð og burðaravlop Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað minni í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er minkað úr 696 í Tað eru 42 børn færri. Hinvegin bøtir tað nakað um burðaravlopið, at talið av deyðum eisini er minkað við 34, so burðaravlopið bara minkar við Størsti fólkavøkstur er í Eysturoy og Tórshavnarøkinum Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið, er hann nógv størstur í Eysturoy við 1,9% og í Tórshavnarøkinum við 1,8%. Í Vágum, Streymoyarøkinum uttan fyri høvuðsstaðin og nú eisini í Sandoyarøkinum er ein javnt stórur vøkstur á 1,4%. Í Norðoyggjum er fólkavøksturin 0,7%, ið er knappliga helvtin av miðalvøkstrinum fyri alt landið. Eisini í Suðuroy er ein lítil vøkstur í fólkatalinum við 11 fólkum, svarandi til 0,2%. Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 7 árini: tað er í miðøkinum - Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar - har fólkatalið er vaksið skjótast hetta tíðarskeiðið. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy hava onki fingið burturav fólkavøkstrinum hesi árini. Seinastu mánaðirnar tykist tó at venda í Sandoyarøkinum til ein munagóðan vøkstur. Eysturoy og Tórshavnarøkið taka 76% av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 358 fólk, svarandi til 47% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum, men vøksturin har á 223 fólk svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var 6%. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Í Sandoyarøkinum er tað nettoflytingin, sum gevur alt íkastið. Roknað eftir íbúgvatalinum er tilflytingin her størri enn í øllum hinum høvuðsøkjunum í landinum. Hinvegin er eitt negativt burðaravlop í Sandoyarøkinum, sum merkir, at tað eru fleiri sum doyggja enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy munar tilflytingin nakað, men negativa burðaravlopið ger, at tað er sera lítil fólkavøkstur. Kommunurnar Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar kommunu við 378 fólkum, svarandi til 1,7%, í Runavíkar kommunu við 87 fólkum (2,1%) og í Klaksvíkar kommunu við 47 fólkum (0,9%). Fólkavøksturin er nógv størri í Eystur kommunu enn í Klaksvíkar, 59 fólk samanborið við 47 og í prosentum er hann tríggjar ferðir størri. Eisini Vága kommuna, ið hevur væl minni fólkatal enn helvtin av Klaksvíkar, og Nes kommuna við einum fjórðingi av fólkatalinum í Klaksvíkar, er fólkavøksturin í tali áleið tann sami men í prosentum 2-3 ferðir so stórur. Av miðalstóru kommununum er stórur vøkstur í Sjóvar kommunu, eitt sindur minni í Vágs og Sunda kommunum. Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Eiðis (við 3,2%) og Kvívíkar (við 4,9%). Av minstu kommununum er vøkstur í Viðareiðis, Skopunar, Sands, Skálavíkar og Fámjins. Hinvegin so minkar í Hvannasunds, Kunoyar, Fuglafjarðar, Vestmanna, Hvalbiar, Porkeris og Sumbiar kommunum. Oyggjarnar Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 13 eru komin aftrat í Nólsoy, 1 í Fugloy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum. |
107 | Í september vóru knappliga 900 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 250 fleiri enn fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 1%. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í september vóru um 850 menn og 050 kvinnur í løntakaraskaranum. Hjá monnum vaks løntakaratalið 1,3% og hjá kvinnum 0,6% í mun til septembermánað í fjør. Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð \- serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Samanborið við septembermánað í fjør er løntakaratalið vaksið 1,9% í "almennari o.a. tænastu" og 3,5% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið er minkað 0,1% í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 0,7% í "privatu tænastuvinnum". Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. |
108 | Brúkaraprístalið er sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. Av hesum 12 vøru og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, samskifti, hotel og matveitarar og heilsu minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og fótbúnaði eru øktir. Í uppgerðini fyri annan ársfjórðing sást týðiliga ávirkanin, ið stóra minkingin í altjóða oljuprísinum hevði á prísin á brenniolju til húsarhald. Brenniolja er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Lutfalsliga stóra prísfallið førdi við sær, at árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum var í minus í Føroyum eins og aðrastaðni. Nú triði ársfjórðingur er gjørdur upp sæst, at prísurin á brenniolju til húsarhald aftur er øktur, men er framvegis væl lægri í mun til fyri einum ári síðan. Hesin prísvøksturin á brenniolju til húsarhald er samstundis høvuðsorsøkin til, at árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum er vend til vøkstur. Korona-farsóttin hevur havt stóra neiliga ávirkan á ferðavinnuna í heiminum og uppgerðin fyri triðja ársfjórðing vísir millum annað, at prísir á gisting eru lækkaðar munandi. Í Føroyum er prísurin á gisting í miðal minkaður við 35 prosentum eftir einum ári, meðan minkingin er 14 og 22 prosent ávikavist í Íslandi og Danmark. Av tí at gisting á gistingarhúsum er lutfalsliga lítil partur av húsarhaldsnýtsluni, so hevur henda prísminkingin tó minni týdning í samlaða brúkaraprístalinum enn til dømis brennioljan hevur. Myndin niðanfyri vísir, hvussu stóra ávirkan prísbroytingar innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar hava á samlaða brúkaraprístalið, tá hædd verður tikin fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Uppgerðin fyri annan ársfjórðing vísti árliga minking í samlaða brúkaraprístalinum á 0,1 prosent og til uppgerðina fyri triðja ársfjórðing er árliga broytingin í samlaða prístalinum vaksið 0,2 prosent. Til hesa uppgerðina er tað eins og seinast serliga tann lági oljuprísurin, ið dregur árligu broytingina í brúkaraprístalinum niður, meðan príshækkingar eru á øðrum gerandisvørum, til dømis á mati og klædnavørum. |
109 | Innflutningurin av brennievni er minkaður 200 mió. kr. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí nøgdin er vaksin eitt sindur. Tað, sum verður innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið útvið 100 mió. kr. Her er tað serliga drúgvar og hálvdrúgvar nýtsluvørur so sum innbúgv, hvítvørur o.l., sum meiri er innflutt av. Eisini er meira keypt av rávøru til fiskavirking. 280 mió. kr. í ár í mun til 140 mió. kr. í fjør. |
110 | Útflutningurin minkaði næstan 400 mió. kr. fyrstu 8 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 7%. Laksur og toskur fylla mest í útflutninginum og tað er eisini har størsta minkingin er. Tað er útflutt fyri 200 mió. kr. minni av laksi, ein minking á 9% og fyri 150 mió. kr. minni av toski. Har er minkingin 19%. Í nøgd er eisini minking í útflutninginum av toski og laksi, men samlaði útflutningurin er vaksin í nøgd. Tað er meiri útflutt av uppsjóvarsløgunum, makreli, sild og svartkjafti. Her er vøksturin 6-7% tilsamans. Í virði er eisini meira útflutt av makreli og sild, meðan virðið av svartkjaftinum er minni enn í fjør. Vegna seinkingar í skrásetingunum av útflutningi, serliga í samband við at føroysk skip landa uttanlands, so eru rættingar gjørdar aftur til mars-mánað, so útflutningurin er nakað hægri nú samanborið við tølini, sum áður eru kunngjørd. Helst koma nakrar skrásetingar aftrat, áðrenn tølini verða endaliga uppgjørd. |
111 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin. Arbeiðsloysið var 1,5% í august, sum svarar til 454 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,1% í august í fjør. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í august var arbeiðsloysið 1,3% hjá monnum og 1,9% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 1,1% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í flestu økjum er arbeiðsloysið millum 1-2%, men í Suðuroy eitt sindur hægri. Í Suðuroy er arbeiðsloysið minkað munandi frá juli til august, úr 6,4% niður í 3,4%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í august hevði góður helmingur av teim arbeiðsleysu verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. Knøpp 10% høvdu verið langtíðararbeiðsleys, tað vil siga meira enn 1 |
112 | Eftir bústaðarlandi var minsta minkingin hjá fólki, búsitandi í Føroyum, við 11%. Síðani vóru gistingarnar hjá fólki, búsitandi í Danmark, 22% færri enn sama tíðarskeið í fjør. Størsta minkingin var hjá fólka, búsitandi í øðrum londum. Aftast í hesi grein er lýst, hvat er ein gistinátt og hvat er ein innskriving. Viðmerkjast skal eisini, at her umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús, íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar. Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag. Verður hugt eftir býtinum millum og útlendingar, so fækka gistingarnar hjá útlendingum úr sløkum 117-túsund til stívliga 51-túsund - ein minking á 55%. Hjá føroyingum fækka gistingarnar úr sløkum 23-túsund til góðar 20-túsund. Í vár bóltaðu gistingarnar niðureftir, men eru batnaðar síðani juli Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er sera sjónligt, hvussu stórt fallið var serliga í apríl, mai og juni. Men í juli er talið av gistingum eins og av innskrivingum komið nakað uppaftur og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.> Nógv flestu gistingar hjá fólki úr Danmark Fólk, sum eru búsitandi í Danmark, eiga nógv størsta partin av gistingunum hesar níggju mánaðirnar í ár, heili 46%. Í fjør var teirra partur 31%. Síðani vóru næstflestu gistingarnar hjá føroyingum sjálvum við 28%, meðan teirra partur í fjør var 16%. Hinvegin er parturin hjá teimum, ið koma úr øðrum londum nú bert 26%, meðan hann var 53% sama tíðarskeið í fjør. Serliga stór minking úr Noregi, Bretlandi, Norðuramerika og Svøríki Hetta sæst eisini týðiliga í talvuni niðanfyri, har gistingarnar eru býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Meðan gistingarnar sum heild eru fækkaðar við 48%, er minkingin væl minni hjá fólki úr Føroyum við 11% og úr Danmark við 22%. Verða øll onnur lond tikin saman, var minkingin 75%. Serliga stór var minkingin hjá fólki úr Noregi við 79%, Bretlandi við 78%, Svøríki við 84% og Norðuramerika við 85%. Í miðal gista ferðafólk úr útlondum tríggjar nætur, føroyingar gott hálvaaðru Út frá upplýsingum um tal av gistingarnáttum og innskrivingum ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í myndini niðanfyri, har gistingarlongdin hjá føroyingum og hjá útlendingum er gjørd upp hvør fyri seg (føroyingur er ein, sum er búsitandi í Føroyum, og útlendingur ein, sum er búsitandi uttanlands). Her verður roknað við gistingarlongd á sama gistingarstað og ikki roknað við, at somu persónar kunnu gista á ymiskum gistingarplássum á somu ferð. |
113 | Fólkavøksturin kemur ikki bara teim stóru men eisini teim smáu kommununum til góðar |
114 | Ein fólkavøkstur á 827 ella 1,6% er bara eitt vet minni minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum 2018/19, tá fólkatalið vaks við 860, svarandi til 1,7%. Munurin stendst av, at nettotilflytingin er nakað minni, sum sæst av talvuni niðanfyri. Hetta árið hevur verið serstakt, og nógvar umstøður eru munandi broyttar, síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í vár. Tó er ilt at siga, um tað er nøkur avgerandi broyting í gongdini í fólkatalinum. Hóast nettotilflytingin er minkað nakað, er munurin tó ikki so stórur, at tað sæst aftur í trendinum, sum vísir langtíðargongdina í rákinum. Flytingin millum Føroyar og útlond Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 6-7 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Tilflytingin er framvegis stór, men økist ikki longur, heldur minkar eitt lítið sindur. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka sum árini frammanundan. Framhaldandi stórt burðaravlop Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað tað sama í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er minkað nakað úr 683 í Tað eru 19 børn færri. Hinvegin minkar talið av deyðum við 31, so úrslitið av hesum, burðaravlopið, veksur úr 282 upp í Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 8-9 árum síðani, var tað umleið 200 og er vaksið spakuliga síðani. Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Streymoyar- og Sandoyarøkinum Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið, er hann størstur í Eysturoy og Tórshavnarøkinum við 2% hvør, í Streymoyarøkinum uttan fyri høvuðsstaðin við 1,8 og í Sandoyarøkinum við 1,7%. Hinvegin er vøksturin í Norðoyggjum 0,8% ella hálvt so stórur sum miðal fyri alt landið. Í Vágaøkinum og í Suðuroy er vøksturin ávikavist 0,4 og 0,3%. Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 7 árini: tað er í miðøkinum - Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar - har fólkatalið er vaksið skjótast hetta tíðarskeiðið, hóast ferðin er minkað í Vágum seinastu mánaðirnar. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy hava onki fingið burtur úr fólkavøkstrinum hesi árini, men tó tykist nú at venda til ein stóran vøkstur í Sandoyarøkinum, og eisini er nú ein lítil vøkstur í Suðuroy. Eysturoy og Tórshavnarøkið taka 77% av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 49% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum, men vøksturin har á 237 fólk svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var gott 6%. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum uttan í Vágum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og serliga í Suðuroy sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið minkar um fólkavøksturin. Kommunurnar: vøkstur í bæði teim stóru og teim smáu Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum: Tórshavnar kommuna vaks við 425 fólkum, svarandi til 1,9%, Runavíkar kommuna vaks við 82 fólkum, svarandi til 2,0%, Eystur kommuna vaks við 64 fólkum, svarandi til 3,0%, Klaksvíkar kommuna vaks við 60 fólkum, svarandi til 1,1%. Av miðalstóru kommununum er stórur vøkstur í Nes (3,4%), Sjóvar (2,2%) og Vágs kommunu (1,7%). Ein minni vøkstur er í Sunda, Vestmanna og Fuglafjarðar kommunum, meðan tað minkar í Sørvágs kommunu. Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,6%), Eiðis (3,6%), Skopunar (2,7%) og Sands kommunum (1,9%) . Meðan tað minkar í Hvannasunds, Hvalbiar, Porkeris og Sumbiar kommunum. Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skúvoyar og Fugloyar kommunum, men tað minkar í Skálavíkar, Húsavíkar og Hovs kommunum. Oyggjarnar: eisini vøkstur í nøkrum útoyggjum Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, Svínoy minkar við einum, og í Koltri býr ongin longur. Hinvegin eru 13 komin aftrat í Nólsoy, 3 í Skúvoy, 2 í Fugloy og 1 í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum. |
115 | Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í oktober vóru 030 menn í løntakaraskaranum og tað eru 22 færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru 154 í tali, ella góðar 100 fleiri enn í fjør. Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð \- serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Samanborið við oktobermánað í fjør er løntakaratalið vaksið 1,2% í "almennari o.a. tænastu" og 1,5% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið er minkað 0,9% í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 0,7% í "privatum tænastuvinnum". Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. |
116 | Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Hjá bæði kvinnum og monnum vaksa lønarútgjaldingarnar ikki longur . Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Meðan lítil vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu og aðrari tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'. |
117 | Innflutningurin av brennievni er minkaður 200 mió. kr. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí nøgdin er vaksin eitt sindur. Vit hava eisini brúkt 93 mió. kr. minni upp á skip higartil í ár. Tað er meira innflutt av rávøru til fiskavirking og eisini av vørum, sum fara til beinleiðis húsarhaldsnýtslu. |
118 | Í 2019 vóru 667 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 85,4% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2019 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri. Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum. Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 200 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya. Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Tú kanst lesa meira um kanningina her. |
119 | Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Gott 800 færri gistinætur vóru á gistingarhúsunum í oktober í ár í mun til sama mánað í fjør. Sum tað sæst á myndini niðanfyri, er tað uttan fyri Tórshavnarøkið, at talið av gistináttum er minkað lutfalsliga . Talið av gistináttum hjá dønum er minkað 10% og hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar tríggjar fjórðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin vaksnar ein góðan fjórðing. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista. Tó at donsku ferðafólkini eru færri í tali (-19%), gistu tey í miðal longri á gistingarhúsunum. Í oktober í fjør vóru danir 2,7 dagar í miðal á gistingarhúsunum, meðan í oktober í ár vóru teir í miðal 3 dagar. Føroysku ferðafólkini eru hinvegin fleiri í tali (40%) enn sama mánað í fjør, men í miðal vóru tey styttri tíðarskeið á gistingarhúsinum. Í oktober í fjør gistu tey 1,7 dagar í miðal, meðan í ár vóru tey 1,6 dag. |
120 | Nøgdin er fallin úr 17 túsund tonsum niður í 8,5 túsund tons, sum er ein minking á 50%. Hýsan er minkað ein fimting, meðan um 18% meira av upsa er avreiddur í ár. Avreiðingarnøgdin tilsamans er minkað nakað í ár í mun til í fjør. Avreiðingarvirðið er minkað ein fimting. Fyri tosk er virðið fallið yvir helvtina og fyri hýsu ein góðan fjórðing í mun til sama tíðarskeið í fjør. Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum er tilsamans nakað tann sama sum í fjør. Av svartkjafti er minkingin áleið 9%. Nøgdin av sild er áleið tann sama sum í fjør. Væl meira av makreli er avreiddur higartil í ár í mun til í fjør, smá 17 túsund tons svarandi til ein góðan triðing. Skipini hava higartil í ár fingið áleið tað sama fyri uppsjóvarfiskin í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør – avreiðingarvirðið er økt góð 2%. |
121 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,4% í september. Tað svarar til 403 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% í september í fjør. Í september var arbeiðsloysið 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 0,7% hjá monnum og 1,1% hjá kvinnum. Landakortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í Suðuroy er arbeiðsloysið minkað munandi síðani mai, tá arbeiðsloysið var 6,4%. Í september var arbeiðloysið í Suðuroy í 2,1%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í september hevði góður helmingur av teim arbeiðsleysu verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. Góð 10% høvdu verið langtíðararbeiðsleys, tað vil siga meira enn 1 |
122 | Tað eru 78 fleiri enn fimm ár frammanundan. Á Landssjúkrahúsinum vóru tey 56 fleiri, svarandi til 7%, á Klaksvíkar sjúkrahúsi 9 fleiri, svarandi til 8% og á Suðuroyar sjúkrahúsi 14 fleiri, svarandi til 13%. Hetta vísir nýggja uppgerðin yvir starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum. 77% av ársverkunum eru á Landssjúkrahúsinum, 12% á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 11% á Suðuroyar sjúkrahúsi. Hetta er sama býti sum fimm ár frammanundan. Verða starvsfólk bólkað í einans fýra høvuðsbólkar, eru nógv tey flestu sjúkrarøktarfrøðingar (íroknað radiografar) við 38%, læknarnir eru 11%, onnur heilsustarvsfólk eru 16% og síðani onnur ikki-heilsufaklig starvsfólk 36%. Býtið millum ymisku starvsfólkabólkarnar er útgreinað í 15 bólkar og sæst á myndini niðanfyri. Her sæst aftur, at sáttmálaøkið hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er nógv tað størsta. Eisini sæst, at meðan vøkstur er í flestøllum sáttmálaøkjum, so er lítil minking hjá arbeiðara- og arbeiðskvinnufeløgunum, og ein stór minking hjá Almanna- og Heilsurøktarafelagnum og Psykiatrifelagnum. Viðvíkjandi flestu sáttmálaøkjum skilst beinleiðis hvat starvsøkini fevna um, uttan hjá nøkrum fáum. M.a. eru tey flestu á sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum læknaskrivarar, móttøka, skrivstovufólk og KT-fólk, umframt tey í sjúkraflutningstænastuni. Tey í arbeiðskvinnu- og arbeiðarafeløgunum starvast við reingerð, vaskarí umframt nakrar arbeiðsmenn. Tey í akademikara-, búskapar- og løgfrøðinga- og tænastumannafeløgunum eru leiðarar, fulltrúar og sálarfrøðingar. Sum talvan vísir, er størsti vøksturin í starvsfólkum, roknað í ársverkum, hjá læknum við 13%. Á Landssjúkrahúsinum er størsti vøkstur hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum og radiografum. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er størsti vøksturin í bólkinum ”onnur heilsustarvsfólk”. Størsti prosentvøksturin er á Suðuroyar sjúkrahúsi við 13,2%. Stórur vøkstur er bæði í bólkinum 'sjúkrarøktarfrøðingar og radiografar' og 'onnur heilsustarvsfólk'. |
123 | Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Hjá bæði kvinnum og monnum vaksa lønarútgjaldingarnar ikki longur. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Meðan vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu og aðrari tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar frá januar til november í ár taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið í fjør. Hóast trendurin vísir, at vøksturin nú er steðgaður upp, eru lønargjaldingarnar vaksnar 1,8% hetta tíðarskeiðið. Í 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru lønargjaldingarnar hinvegin minkaðar 1,8%. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' er vøksturin 5,9%. Í 'privatu tænastuvinnunum' eru lønargjaldingarnar minkaðar 0,6%, meðan í 'almennari o.a. tænastu' eru lønargjaldingarnar vaksnar 4,3%. |
124 | Tað er serliga innflutningurin av brennievni, sum ávirkar. Vit hava innflutt fyri 300 mió. kr. minni í ár. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí innflutta nøgdin er vaksin. Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 8% í ár. Tað eru drúgvar og hálvdrúgvar nýtsluvørur, sum hava størsta vøksturin, meðan tað er ein lítil minking í innflutninginum av klædnavørum og fótbúnaði. |
125 | Laksaútflutningurin er minkaður útvið hálva mia. kr. og útflutningurin av toski er minkaður kvarta mia. Vit hava útflutt meiri av makreli og svartkjafti. Í nøgd er vøksturin 18 og 15%, meðan virðið er vaksið 7% og 1%. |
126 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,3% í oktober. Tað svarar til 393 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% sama mánað í fjør. Í oktober var arbeiðsloysið 1,2% hjá monnum og 1,5% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 0,8% hjá monnum og 0,9% hjá kvinnum. Landakortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysi hægst í Vágum við 2,1% og lægst í Norðoyggjum við 0,7%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í oktober vóru 12,5% langtíðararbeiðsleys, tað vil siga tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn 1 ár. Sama mánað í fjør vóru 15,9% langtíðararbeiðsleys. |
127 | Føroysku húsarhaldini hava keypt munandi meiri av vanligum gerandisvørum í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør, samanborið við somu ársfjórðingarnar í Tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu - heldur hinvegin hava handlar innan smásølu havt úr at gera. images/210106%20Sm%C3%A1s%C3%B8luv%C3%ADsitali%C3%B0%20-%20Mpng) Fyri vørubólkin ‘mat og alkoholfríar drykkjuvørur’ hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, samanborið við somu ársfjórðingar árið fyri. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,6% frá ársfjórðingi í 2019 til ársfjórðing í fjør. Verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum mati og drykkjuvørum økt 13%. images/210106%20Sm%C3%A1s%C3%B8luv%C3%ADsitali%C3%B0%20-%20Mpng) Samanborin við ‘mat og drykkjuvørur’, hevur vøksturin í sølu av ‘klædnavørum og fótbúnaði’ ikki verið eins stórur í tíðini við koronu. Fyri hendan vørubólkin var umsetningurin í ársfjórðingi í fjør 6% størri í mun ársfjórðing í Prísurin á ‘klæðum og fótbúnaði’ vaks 5% frá ársfjórðingi í 2019 til ársfjórðing í fjør. Um hædd verður tikin fyri hesum prísvøkstri, var mongdin av seldum ‘klæðum og fótbúnaði’ nærum tann sama í árligu samanberingini. images/210106%20Sm%C3%A1s%C3%B8luv%C3%ADsitali%C3%B0%20-%20Mpng) Fyri vørubólkin ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ var umsetningurin í ársfjórðingi í fjør so nógv sum 15% størri í mun til ársfjórðing í Allur hesin vøksturin stendst av vøkstri í seldum mongdum, tí prísurin á hesum vørum var mest sum óbroyttur hetta tíðarskeiðið. |
128 | Fólkavøksturin er ikki viknaður síðsta árið. Ein fólkavøkstur á 847 ella góð 1,6% er á leið tað sama og enn tá eitt vet størri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum 2018/19, tá fólkatalið vaks við 816, svarandi til knappliga 1,6%. Munurin stendst serliga av, at burðaravlopið er nakað størri, sum sæst av talvuni niðanfyri. Tíðin hevur verið serstøk og nógvar umstøður eru munandi broyttar, síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi síðsta vár. Tó er ilt at siga, um tað er nøkur broyting í gongdini í fólkatalinum. Hóast nettotilflytingin er minkað eitt vet, er munurin ikki er so stórur, at tað sæst aftur í trendinum, sum vísir rákið ella langtíðargongdina í fólkavøkstrinum. Flytingin millum Føroyar og útlond Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 7 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og veksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Tilflytingin er framvegis stór men økist ikki longur, heldur minkar eitt lítið sindur. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka sum árini frammanundan. Stórt burðaravlop – serliga tí deyðatalið er minkað Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað tað sama í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er vaksið við 2 til Hinvegin minkar talið av deyðum við 33, so úrslitið av hesum, burðaravlopið, veksur við 35 upp í Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 9 árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til 2004 fyri at finna eitt burðaravlop oman fyri Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Tórshavnar- og Sandoyarøkinum Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali størstur í Eysturoy og Tórshavnarøkinum. Men lutfalsliga er hann størstur í Sandoyarøkinum við 2,8%, samanborið við 2,0% í Eysturoy og 1,8% í Tórshavnarøkinum. Tað sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er serliga ein stór innlendis tilflyting á netto 25 fólk og haraftrat 9 netto úr útlondum. Í Norðoyggjum er vøksturin 1,4% - og tað er hann eisini í Suðuroy, hóast Norðoyggjar hava eitt burðaravlop á +38 og Suðuroy á - Tað sum ger stóra munin, er ein stór nettotilflyting til Suðuroyar á 72 fólk, samanborið við 46 til Norðoyggjar. Serliga stór er tilflytingin til Suðuroyar úr útlondum. Í Vágum er fólkavøksturin uppstøðgaður, og er tað serliga tí at innlendis flytingin er blivin negativ. Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 7 árini: tað er í miðøkinum - Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar - har fólkatalið er vaksið skjótast hetta tíðarskeiðið, hóast ferðin er minkað ella uppstøðgað í Vágum seinastu mánaðirnar. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy fingu onki burturúr fólkavøkstrinum hesi árini, tó so at nú tykist at venda til ein stóran vøkstur í Sandoyarøkinum, og eisini er nú ein munandi vøkstur í Suðuroy. Eysturoy og Tórshavnarøkið taka 70% av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 43% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum, men vøksturin har var 27% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var 10%. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum uttan í Vágaøkinum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er lítið og onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um fólkavøksturin. Kommunurnar Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum: Tórshavnar kommunu við 378 fólkum, svarandi til 1,7%, Runavíkar kommunu við 73 fólkum, svarandi til 1,8%, Klaksvíkar kommunu við 87 fólkum, svarandi til 1,7%. Eystur kommunu við 68 fólkum, svarandi til 3,2%, og Nes kommunu við 54 fólkum, svarandi til 4,1% Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommunu (2,7%), Sjóvar kommunu (2,4%), Tvøroyrar kommunu (2,2%). Ein minni vøkstur er í Vestmanna, Vága og Sunda kommunum, meðan tað minkar í Sørvágs og Fuglafjarðar kommunum. Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,2%), Skopunar (3,4%), Sands (2,7%), Eiðis (2,4%), Porkeris (1,3%) og Viðareiðis (1,1%) kommunum. Í Hvannasunds stendur í stað, meðan tað minkar í Hvalbiar, Sumbiar og Kunoyar kommunum. Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skálavíkar, Skúvoyar og Fugloyar kommunum, men tað minkar í Húsavíkar og Hovs kommunum. Oyggjarnar: eisini vøkstur í fleiri útoyggjum Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Svínoy, ið minkar við tveimum, og í Koltri býr ongin longur. Hinvegin eru 12 komin aftrat í Nólsoy, 3 í Skúvoy, 3 í Fugloy og 1 í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum. |
129 | Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Tað vóru 323 færri gistinætur á gistingarhúsunum í november í 2020 samanborið við sama mánað árið fyri. Sum tað sæst á myndini niðanfyri, er tað uttan fyri Tórshavnarøkið, at talið av gistináttum er minkað lutfalsliga. Talið av gistináttum hjá dønum eru minkaðar 33%. Hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar tríggjar fjórðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin vaksnar ein fjórðing. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista. Tó at donsku ferðafólkini eru færri í tali (-40%), gistu tey í miðal longri á gistingarhúsunum. Í november í 2019 vóru danir 2,7 dagar í miðal á gistingarhúsunum, meðan í november í 2020 vóru teir í miðal 3 dagar. Hóast talið av ferðafólki úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er minkað nógv (-89%), so gista tey meira enn tvífalt so leingi. Í november í 2019 gistu tey 2,6 dagar í miðal, meðan í 2020 vóru tey 5,6 dagar. |
130 | Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í desember vóru um 350 menn í løntakaraskaranum og tað eru 130 fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 350 í tali, ella knappliga 200 fleiri enn í fjør. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Samanborið við desembermánað í 2019 vaks løntakaratalið 2,6% í "almennari o.a. tænastu" og 2,1% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið minkaði 0,5% í "byggivinnu o.a. tilvirking". Í "privatum tænastuvinnum" er eingin vøkstur. Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. |
131 | Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar, og nú leita vit eftir nærløgdum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl innan sosial- og demografihagtalsøkið. Sosial- og demografiøkið fevnir millum annað um fólk og flytingar, arbeiðsmarknað, útbúgving, bústaðarviðurskifti og heilsu. Um teg Tú hevur longri útbúgving innan hagfrøði ella samfelagsfrøðiliga útbúgving, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð, umframt royndir í forritan, t.d. í R ella líknandi forritanarmálum. Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til SQL og dátugrunnar, er hetta eisini ein fyrimunur. Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú megnar at seta seg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Vit vænta ikki, at tú hevur innlit í sosial- og demografihagtalsøkini, men vil læra teg tey. Hagtøl, serliga innan sosial- og demografiøkið, hava stóran fólksligan áhuga. Tað er tí neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tað er tí væntað, at tú ert sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar. Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “Hagfrøðingur” sum evni. Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini, á 352809 ella á khj@hagstova.fo. Umsóknarfreistin er týsdagin januar 2021 á midnátt. |
132 | Tekin eru um, at korona hevur havt sína ávirkan á lønarútgjaldingarnar í Nú desember-mánaður í 2020 er upptaldur, eru lønargjaldingarnar gjørdar upp fyri alt árið. Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri, sum vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er stagneraður. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Í 2020 var parturin hjá monnunum 62,5% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 37,5%. Tað er næstan sama býtið sum árið fyri. Tá áttu menninir 62,8% og kvinnurnar 37,2% av lønargjaldingunum. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum. 64,0% av lønargjaldingunum vórðu í 2020 útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 19,2% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 16,7% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Almenn o.o. tænasta hava havt ein vøkstur upp á 4,7%. Undanfarnu tvey árini hevur vøksturin annars verið 5%. Privatu tænastuvinnurnar hava ongan vøkstur havt í Undanfarnu tvey árini hevur vøksturin ligið um 5%. Byggivinna og onnur tilvirking hava havt ein vøkstur upp á 5,4% í Undanfarnu trý árini hevur vøksturin verið um 12 til 15%. Lønargjaldingarnar í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu minkaðu 1,8% í Lønargjaldingarnar í hesari vinnuni sveiggja meira enn í øðrum vinnum. Í 2019 var vøksturin 8,6%, meðan í 2018 minkaðu lønargjaldingarnar 0,2%. |
133 | Brúkaraprístalið fyri ársfjórðing í fjør er 121,6, sum er 0,4% hægri enn brúkaraprístalið fyri ársfjórðing í fjør og 0,4% lægri í mun til ársfjórðing Tá uppgerðirnar fyri allar ársfjórðingarnar í einum ári eru tøkar, verður vanliga hugt at miðalprísbroytingini fyri árið og samanborið við undanfarin ár. Til slíka árliga samanbering verður miðalbrúkaraprístalið yvir 4 ársfjórðingar roknað – hetta fyri at javna út prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum. Um hugt verður eftir miðal árligu broytingini á henda hátt, so sæst, at árligi vøksturin árini 2017 til 2019 var beint omanfyri 1%, men er í fjør minkaður og nærum eingin, sum merkir, at í miðal vóru prísirnir á vørum og tænastum til húsarhaldsnýtslu nærum teir somu í fjør í mun til Um hugt verður nærri at miðal prísbroytingum innan ymsu vørurnar og tænasturnar, so er ymiskt, hvussu prísirnir eru broyttir seinasta árið í mun til Fimtingurin av nýtsluni hjá føroysku húsarhaldunum fer til mat og drekka og innan henda høvuðsbólkin eru prísirnir í miðal øktir 1,7% í fjør í mun til árið fyri. Samanborið við mat og drekka, so brúka føroysku húsarhaldini í miðal nærum líka nógv til býlisútreiðslur, og innan hendan høvuðsbólkin eru prísirnir hinvegin í miðal minkaðir 4,2%. Hetta er serliga orsakað av miðal príslækking á 20% fyri brenniolju. Prísgongdin á olju er í stóran mun ávirkað av koronu-farsóttini, eins og myndin niðanfyri vísir. Lutfalsliga stórur partur av nýtsluni fer harumframt eisini til flutningsútreiðslur. Prísurin á brennievni til akfør er í miðal í fjør minkaður 16% í mun til 2019, meðan prísurin á akførum hinvegin er øktur 3,2%. Í miðal vóru prísirnir á vørum og tænastum innan henda høvuðsbólkin harvið nærum teir somu sum í Útboðið av gisting øktist samstundis sum útlendski eftirspurningurin minkaði vegna stóra fallið av vitjandi ferðafólkum. Hetta hevði við sær stórt prísfall á gisting her á landi eins og í grannalondum okkara. Í brúkaraprístalinum vigar gisting sum nýtsla hjá føroyskum húsarhaldum tó lutfalsliga lítið. |
134 | Útflutningurin av fiskavørum minkaður 11% í virði, meðan nøgdin er vaksin 4% |
135 | Vit hava innflutt fyri góðar 300 mió. kr. minni av olju í 2020 samanborið við Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí innflutta nøgdin er vaksin. Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørurum, so sum innbúgv og hvítvørur, sum er vaksin. |
136 | Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjóðring, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør ímun til Av øðrum botnfiski, sum meira varð avreitt av í fjør, kunnu nevnast eitt nú longa og brosma við ávikavist 21% og 36% meira enn í 2019 Avreiðingarvirðið tilsamans minkaði 228 milliónir svarandi til ein fjóðring. Fyri tosk minkaði virðið yvir helvtina, sum varð omanfyri 200 milliónir kr. og fyri hýsu ein lítlan fjórðing ímun til í Nøgdin og virðið á uppsjóvarfiskinum áleið tann sama, sum í 2019 Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama. Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11%. Tað fekst eitt sindur meira fyri svarkjaftin og eitt sindur minni fyri makrelin. Bæði nøgd og virði á sild minkaðu um 9%. |
137 | Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjórðing, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør í mun til Av øðrum botnfiski, sum meira varð avreitt av í fjør, kunnu nevnast eitt nú longa og brosma við ávikavist 21% og 36% meira enn í Avreiðingarvirðið tilsamans minkaði 228 milliónir svarandi til ein fjórðing. Fyri tosk minkaði virðið yvir helvtina, sum var omanfyri 200 milliónir kr. og fyri hýsu ein lítlan fjórðing í mun til í Nøgdin og virðið á uppsjóvarfiskinum áleið tann sama, sum í 2019 Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama. Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11%. Tað fekst eitt sindur meira fyri svarkjaftin og eitt sindur minni fyri makrelin. Bæði nøgd og virði á sild minkaðu um 9%. |
138 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,4% í november. Tað svarar til 405 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% sama mánað árið fyri. Trendurin vísir, at stillstøða er í arbeiðsloysinum, ið merkir at tað hvørki hækkar ella lækkar. Í november var arbeiðsloysið 1,2% hjá monnum og 1,5% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 0,8% hjá monnum og 1,0% hjá kvinnum. Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í november var arbeiðsloysið hægst í Vágum og í Suðuroy við 2,3%. Arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum við 0,8%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í november vóru 12,5% langtíðararbeiðsleys av teimum arbeiðsleysu, tað vil siga tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn 1 ár. Sama mánað árið fyri vóru 15,9% langtíðararbeiðsleys. |
139 | Í mun til tíðina síðan koronu-farsóttin byrjaði sína innrás, eru tríggjar tær seinastu kanningarnar áhugaverdar. Kanningin frá januar í fjør varð gjørd stutt undan korona kom til landið, kanningin í juni varð gjørd beint innan onnur koronu-bylgjan herjaði, meðan henda seinasta kanningin er gjørd samstundis sum tilgongdin við koppseting er í síni byrjan. Hesar spurnakanningarnar eru gjørdar tvær ferðir um árið síðan 2006 og stutt undan altjóða fíggjarkreppan gjørdi um seg í 2007 og Kanningarnar vísa, at undir fíggjarkreppuni fall barometrið í fýra fylgjandi kanningum og yvir tey tvey árini, altjóða fíggjarkreppan vardi. Áleikandi altjóða heilsukreppan hevur nú vart í skjótt eitt ár, og viðkomandi spurningur kann í hesum tíðum vera, hvussu húsarhald og vinnulív meta um støðuna og útlitini í nærmastu framtíð. images/210204%20M1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-21png) Í umleið 3 ár undan koronu lá treystitalið í støðugari legu, men fór síðan frá 32 í januar í fjør líka niður í -16 í juni í fjør. Til hesa kanningina er treystitalið hækkað aftur við 7 stigum síðan seinastu kanning. Afturímóti metingunum um støðu og útlit undir fíggjarkreppuni, ið vardi í gott og væl tvey ár, so rokna bæði húsarhald og vinnulív nú við betri fíggjarstøðu hjá einum sjálvum og búskaparstøðu í síni heild hetta komandi árið í mun til verandi støðu. images/210204%20T1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Talvan omanfyri vísir ávísar fyri hvørja kanning sær, og til hvørja av hesum 5 kanningunum ber til at finna fram nettotølini í hagtalsgrunninum fyri hvønn einstakan spurning í ymsu kanningunum. Samanumtikið eru ávísar fyri húsarhaldini og 3 vinnubólkar hækkaðir, meðan ávísin fyri handilsvinnuna, sum lækkaði lutfalsliga minst undir koronu, er tætt við tann sami hesaferð í mun til juni í fjør. |
140 | Eisini í fjør skapti stórt føðital, lágt deyðatal, stór tilflyting og minni fráflyting ein stóran fólkavøkstur |
141 | Fólkavøksturin er ikki viknaður síðsta árið. Ein fólkavøkstur á 848 ella góð 1,6% er tað sama sum í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum, tá ið fólkatalið vaks við Munurin stendst av, at hóast nettotilflytingin var 30 fólk færri, so var burðaravlopið 41 fólk fleiri – sum sæst í talvuni niðanfyri. Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó tykist hetta ikki at hava elvt til nakra broyting í gongdini í fólkatalinum. Hóast nettotilflytingin er minkað eitt vet, er burðaravlopið vaksið, og tí vísir trendurin sama rákið í fólkatalinum nú sum tey síðstu sjey árini. Framvegis stór nettotilflyting til Føroya Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu sjey árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Tilflytingin er framvegis stór, men økist ikki longur, heldur minkar hon eitt lítið sindur. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at nettoflytingin til Føroya framvegis er serstakliga stór. Stórt burðaravlop – serliga tí deyðatalið er minkað Í mun til 2019 var burðartalið nakað tað sama í fjør. Samanbera vit bæði árini, sæst at føðitalið er 678, sum eru fimm færri enn árið fyri. Hinvegin doyðu 46 færri, so úrslitið av hesum – burðaravlopið – veksur við 41 upp í Tá ið burðaravlopið var upp á tað minsta fyri níggju árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til 2004 fyri at finna eitt burðaravlop oman fyri Fólkavøksturin í Suðuroy tann størsti í tvey áratíggju Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga er hann tó líka stórur í Sandoyarøkinum við 1,9%, samanborið við 1,8% í Eysturoy og 1,9% í Tórshavnarøkinum. Tað sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er stór tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og eisini úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðaravlopinum. Í Norðoyggjum er vøksturin 1,6% - tað sama sum í miðal fyri alt landið. Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í tvey áratíggju. Í Vágum er fólkavøksturin uppsteðgaður, og er tað serliga tí at innlendis flytingin er blivin negativ. Eysturoy og Tórshavnarøkið 71% av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 46% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum, og vøksturin har var 25% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var nakað tað sama. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjum í landinum - uttan í Vágaøkinum - er tað nettoflytingin, sum gevur størsta íkastið til fólkavøksturin. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er lítið og onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um fólkavøksturin. Kommunurnar Verður hugt at einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum: Tórshavnar kommunu við 413 fólkum, svarandi til 1,9% Klaksvíkar kommunu við 99 fólkum, svarandi til 1,9% Runavíkar kommunu við 76 fólkum, svarandi til 1,8% Eysturkommunu við 63 fólkum, svarandi til 2,9% Nes kommunu við 62 fólkum, svarandi til 4,6% Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommunu við 3,0%, Tvøroyrar kommunu við 2,2% og Sjóvar kommunu við 2,1%. Hinvegin minkar í Sørvágs kommunu við 1,2% og Fuglafjarðar kommunu við 0,9% Ein minni vøkstur er í Vestmanna, Vága og Sunda kommunum. Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,0%), Skopunar (3,9%), Viðareiðis (2,3%), Sands (1,3%) og Eiðis (1,0%). Í Hvannasunds kommunu stendur í stað, meðan tað minkar í Hvalbiar, Sumbiar og Kunoyar kommunum. Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skúvoyar, Fugloyar kommunum, meðan tað stendur í stað í Skálavíkar og minkar í Húsavíkar og Hovs kommunum. Oyggjarnar: eisini vøkstur í flestu útoyggjum Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum. 10 fólk eru komin aftrat í Nólsoy, 3 í Skúvoy og 3 í Fugloy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur. |
142 | Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum, so sum innbúgvi og hvítvørum, sum er vaksin. Tað er eisini innflutt meiri av rávøru til fiskavirking, vørum til byggivinnuna og aðra framleiðslu. Samlaða innflutta nøgdin av brennievni er vaksin 10% í fjør, samanborið við árið fyri. Samstundis er virðið minkað yvir 300 mió. kr. ella 25%. Innflutningurin av skipum minkaði 18% og av maskinum og aðrari útgerð var minkingin 6%. |
143 | Tað er minking í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga minkingin av útfluttum laksi sum ger mun. Har er minkingin yvir 700 mió. kr. Útflutningurin av toski er minkaður góðar 300 mió. kr. og av sild er minkingin 120 mió. kr. Vit útfluttu makrel fyri næstan eina mia. kr. Í virði vaks útflutningurin 2% og í nøgd var vøksturin 12%. |
144 | Í januar vóru tilsamans gott 500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru næstan 900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Talið av gistináttum hjá dønum eru minkaðar 45%. Hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar knapt tveir triðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin meir enn tvífaldaðar. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista. Tølini vísa, at føroyingar vitja meira á gistihúsunum. Í mun til januar í fjør gistu knappliga 600 fleiri føroyingar. Tað svarar til ein vøkstur á 145%. |
145 | Koronafarsóttin ávirkaði gistingarnar í fjør. Nú 2020 er farið afturum kann staðfestast, at gistingar á føroysku gistingarhúsunum minkaðu góð 40% ella við 000 gistináttum. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Síðan koronufarsóttin rakti í mars hevur talið av gistináttum verið lægri allar mánaðir, ið restaðu av árinum samanborið við árið fyri, tó uttan í desember. Størsta lutfalsliga minkingin var í apríl, tá talið av gistináttum minkaði 90%. Í desember vaks talið av gistináttum hinvegin sløk 25%. Góðar 000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í Tað er ein minking á sløk 000 ella 35%. Uttan fyri Tórshavnarøkið vóru knappliga 000 gistinætur, sum er ein minking á slakar 000 gistinætur ella um 70%. Talið av útlendskum ferðafólkum, sum gistu á gistingarhúsunum, minkaði 55% í fjør í mun til í Næturnar hjá teimum vóru góðar 000 í tali. Tað minkaði við 000 ella 55% samanborið við árið fyri. Til samanberingar var minkingin um 75% bæði í Danmark og Íslandi. Føroyingar vitjaðu hinvegin gistingarhúsini meira í fjør enn árið fyri. Næturnar vóru góðar 000 í tali, ið svarar til ein vøkstur á knøpp 10%. Í Íslandi vitjaðu íslendingar eisini gistingarhúsini meira í fjør enn fyrraárið. Gistinæturnar hjá íslendingum vuksu góð 20%. Í Danmark gistu danir hinvegin minni. Gistinæturnar hjá dønum minkaði 30% í Danmark. Tú finnur tøl um gistinætur á íslendsku gistingarhúsunum her. Gistinætur á donsku gistingarhúsunum finnast her. |
146 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,3% í desember, ið svarar til 400 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% sama mánað árið fyri. Tilsamans eru 476 persónar raktir av arbeiðsloysi. Trendurin vísir, at stillstøða er í arbeiðsloysinum, ið merkir at tað hvørki hækkar ella lækkar. Í desember var arbeiðsloysið 1,3% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 0,9% hjá monnum og 1,0% hjá kvinnum. Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í desember var arbeiðsloysið hægst í Suðuroy við 2,2% og Vágum við 1,9%. Arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum við 0,8% og Eysturoy við 0,9%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í desember vóru 11,3% langtíðararbeiðsleys av teimum arbeiðsleysu, tað vil siga tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn 1 ár. Sama mánað árið fyri vóru 13,0% langtíðararbeiðsleys. |
147 | Føroyska arbeiðsfjøldin tann virknasta í Europa, fyri kvinnur og menn, ung og eldri |
148 | Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kann veita arbeiðsmegi. Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er 84,3%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 86,1% og hjá kvinnum við 82,4%. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, bæði hjá kvinnum og monnum, við Íslandi næst aftanfyri. Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 000 fólkum. Vøksturin hesi árini er javntbýttur millum kynini við umleið 000 fólkum hjá hvørjum. Eisini í koronu-árinum 2020 var ein lítil vøkstur. Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstova Føroya gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina og um rætting í hagtølum av teimum arbeiðsleysu í arbeiðsfjøldini 2016- Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum. Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin og vinnutíttleikin í høvuðsøkjum kring landið. Sum heild er vinnutíttleikin javnt stórur um alt landið. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Í mun til fólkatalið er hon javnt størst í Norðstreymi og í Suðurstreymi við 84%, í Norðoyggjum við 83% og í Eysturoy við 81%. Síðani í Suðuroy við 80%, Vágum við 79%, og Sandoyarøkinum við 78%. Til altjóða samanberingar er vinnutíttleikin í øllum økjum í Føroyum væl omanfyri títtleikan í Europa annars. Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Vágum við 89% og minstur í Sandoy 75%. Hjá kvinnum er hann størstur í Suður- og Norðstreymi við 84% og minstur í Sandoyar øki við 78%. Til samanberingar er vinnutíttleikin í Danmark og í Bretlandi um 70%. Føroyski vinnutíttleikin framvegis størstur í Europa Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð. Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 84% og síðani Ísland við 81%. Síðan er eitt glopp niður til Sveis við 76% og Svøríki við Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini (Bretland frároknað) er 64%. Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 53-56%. Hjá monnum eru Føroyar á odda við 86% og síðani Ísland við 85%. Í Danmark er talið 74%. ES-miðaltalið er 70%. Lægstur er vinnutíttleikin hjá monnum í Kroatia, Belgia, Fraklandi og Italia við 64-66%. Hjá kvinnum er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 82%, síðani í Íslandi við 77%. Í Danmark er hann 66%, og ES-miðaltalið er Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 34% og Italia við 47%. Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 4%-stig á muni, 8% í Íslandi eins og í Danmark 8% og í miðal fyri tey 27 ES-londini er munurin 12%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 72% hjá monnum men bert 34% hjá kvinnum. Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin enn aðrastaðni. Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu áðrenn 20-ára aldur uppi á umleið 70-75% í vinnutíttleika, samanborið við 50% í Danmark og um 20% í ES-londunum sum heild. Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á 50%, í Íslandi út við 35% meðan hann er niðri á 10%-15% í Danmark og ES-londunum sum heild. Eisini skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum og allan vegin fram eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika, t.d. við meir enn 95% í aldursbólkinum 45-55 ár. Haraftrat við 45% í aldursbólkinum 65-74 ár, samanborið við eini 10% hjá kvinnum í Danmark og í miðal fyri ES-londini. |
149 | Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani |
150 | Kunning um rætting í talvum um fosturtøku ( september Ein skeivleiki er staðfestur í aldursbólkabýtinum í talvunum 'HM01080' um fosturtøkur og 'HM01081' um fosturtøkurtøkutíttleika fyri Samlaða talið av fosturtøkum er tó óbroytt. Rættingarnar eru litaðar við grønum: Orsøkin til rættingina er, at tølini ikki vórðu sett beint inn í talvuna. Sum sæst eru tølini í teigunum flutt ein aldursbólk upp fyri yngru aldursbólkarnar. Av tí at samlaða talið er óbroytt er ongin broyting gjørd í niðurstøðunum í hesi tíðindagrein, ið er grundað á miðaltøl fyri 5-ára skeið. Hetta er gjørt tí at tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað. Gongdin er tó greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum. Í seinni helvt av 1980-unum var talið av fosturtøkum av tí mesta, um 80-85 árliga. Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður móti Seinni helvt av 90-unum niður um Eftir aldarskiftið í nullunum niður móti Í fyrru helvt av 10’unum niður móti Nú í seinni helvt av 10’unum niður um 30 og í miðal Nú er talið av kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir. Serlig minking í teim yngru og teim eldru aldursbólkunum Samanbera vit aldursbýtið í fosturtøkutíttleikanum – roknaður eftir talinum av kvinnum í hvørjum aldursbólki – so er mynstrið broytt í mun til árini frammanundan, soleiðis at tað nú er nógv lægri í aldursbólkunum yngri enn 25 ár og eldri enn 29 ár. Einans í Póllandi at fosturtøkutíttleikin er minni enn í Føroyum Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit samanbera fosturtøkur í Føroyum við 45 øðrum europeisk lond, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 000 livandi fødd. Her er lægsti títtleikin at finna í Póllandi (har fosturtøka er bannað undir øllum umstøðum) og síðani í Føroyum. Títtleikin er eini 8 ferðir hægri í hinum Norðurlondunum enn í Føroyum og um 10 ferðir hægri í Eystureuropa og Russlandi. |
151 | Fólkavøksturin er viknaður eitt lítið vet síðsta árið. Hann var síðsta 12-mánaðarskeiðið 798 fólk, samanborið við 877 undanfarna 12-mánaðarskeiðið. Munurin stendst av, at nettotilflytingin var 131 fólk færri, men hinvegin var burðaravlopið 52 fólk fleiri. Hetta sæst í talvuni niðanfyri. Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum nakað upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini. Stóra tilflytingin minkar nakað – men eisini fráflytingin Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 7 árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka nakað, sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór. Burðaravlopið tað størsta í 16 ár – tí føðitalið er vaksandi og deyðatalið er minkað nakað Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið var føðitalið hesar 12 mánaðirnar feb. 2020 – feb. 2021 eitt sindur størri og er nú tætt við 700 árliga. Tað hevur verið spakuliga vaksandi og er nú størsta talið síðstu 15-16 árini. Úrslitið av hesum – burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð - veksur við 52 í mun til undanfarna 12-mánaðarskeið upp í Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 9 árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til 2004 fyri at finna eitt burðaravlop oman fyri Eisini fólkavøkstur í Sandoy og Suðuroy men uppstøðgað í Vágum Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga (prosentvíst) er vøksturin tó javnt stórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 - 1,8%. Merkisvert er tó, at í tí nógv minna Sandoyarøkinum er lutfalsligi vøksturin tann størst við 2,1%. Tað, sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er bæði ein tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðaravlopinum. Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting úr útlondum til Suðuroy, sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í eini tvey áratíggjur. Í Vágum er fólkavøksturin uppstøðgaður, serliga av tí at innlendis nettoflytingin er blivin negativ. Á myndini niðanfyri er fólkatalið í økjum sett til 100 pr. 2014 fyri at vísa tann lutfalsliga vøksturin í økjunum hesi sjey árini. Her hevur størsti vøksturin verið í sonevnda miðøkinum, Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Vágum við 10-13% – hóast fyribils er støðgað upp í Vágum. Í næsta bólki koma Streymoyðarøkið (uttan høvuðsstaðin) og Norðoyggjar, har vøksturin hetta tíðarskeiðið hevur verið 8%. Triði bólkurin er Sandoyarøkið og Suðuroy, sum onki hava fingið av fólkavøkstrinum hesi sjey árini – hóast tølini tað síðsta árið vísa ein ávísan vøkstur, serliga í Sandoyarøkinum. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum - uttan í Vágaøkinum - er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um tann fólkavøksturin, sum tilflytingin gevur. Kommunurnar Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum: Tórshavnar kommunu við 365 fólkum, svarandi til 1,7% Klaksvíkar kommunu við 107 fólkum, svarandi til 2,0% Runavíkar kommunu við 80 fólkum, svarandi til 1,9% Eysturkommunu við 63 fólkum, svarandi til 2,9% Nes kommunu við 53 fólkum, svarandi til 3,9% Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Tvøroyrar og Vágs kommunum hvør við 2,2%, og Sjóvar kommunu við 1,6%. Ein minni vøkstur er í Vága og Sunda kommunum. Hinvegin minkar í Sørvágs kommunu við 1,1%, Fuglafjarðar kommunu við 0,9% og Vestmanna kommunu við 0,5%. Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu (4,8%), Kvívíkar kommunu (4,0%), Eiðis kommunu (3,0%) og Viðareiðis (2,3%), og ein minni vøkstur í Sands kommunu (1,1%). Hinvegin minkar í Sumbiar, Kunoyar og Hvalbiar kommunum. Oyggjarnar: vøkstur í flestu útoyggjum Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum: 7 fólk eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Kalsoy, 2 í Fugloy og 1 í Skúvoy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur. |
152 | Útflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Minkingin av útfluttum laksi er yvir 700 mió. kr. Tað er ein minking á 18%. Nøgdin minkaði góð 8%. Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 mió. kr. |
153 | 800 løntakarar í februar – nærum tað sama sum fyri ári síðani |
154 | Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í februar vóru um 750 menn í løntakaraskaranum, og tað eru næstan 150 færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 100 í tali, ella um 160 fleiri enn í fjør. Trendurin vísur, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnurnar enn afturat løntakaraskaranum. Samanborið við februarmánað í 2020 vaks løntakaratalið 2,8% í "almennari o.a. tænastu" og 1,8% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið minkaði 4% í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 1,8% í "privatum tænastuvinnum". Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Lítil og eingin vøkstur er í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum, og trendurin gevur heldur ábending um minking í hesum vinnugreinabólkinum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani |
155 | 875 milliónir í lønum í februar - vøksturin nærum steðgaður upp |
156 | Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er nærum steðgaður. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í februar áttu menninir 548 milliónir av lønargjaldingunum. Tað er 35 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 327 milliónir, sum eru 18 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin. Meðan vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu o.a. tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
157 | Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. kr., og vit hava eisini brúkt útvið 400 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni. Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað. |
158 | Í februar vóru tilsamans gott 400 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru næstan 900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Í februar minkaði talið av gistináttum hjá dønum við 39% í mun til í fjør. Hjá fólkum úr øðrum londum minkaði niður í helvt, meðan gistinæturnar hjá føroyingum tvífaldaðust. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Tølini vísa, at føroyingar vitja meira á gistingarhúsunum. Í mun til februar í fjør gistu gott 800 fleiri føroyingar í februar í ár, tað er tvífalt so nógv. Í 2020 fingu vit tvey nýggj gistingarhús, umframt at onnur vórðu útbygd. Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Hóast vøkstur er í gistináttum og innskrivingum, so er nýtslustigið væl lægri í februar í ár við einans 23,5% í mun til 35,1% í februar í fjør |
159 | Keypihugurin hjá føroyingum er ikki neiliga ávirkaður av koronu – heldur hinvegin benda tølini á, at handlar innan smásølu hava havt úr at gera. Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri ársfjórðing í Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. Nýggjastu hagtølini fyri smásølu vísa, at føroysku húsarhaldini hava økt munandi um keypið av vanligu gerandisvørunum í , og ársfjórðingi í fjør samanborið við somu ársfjórðingarnar í Greið tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu. Fyri 'matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur' var umsetningurin 11% hægri í ársfjórðingi 2020 í mun til sama tíðarskeið í Fyri alt 2020 hevur vøksturin í umsetningi fyri hendan vørubólkin verið óvanliga stórur – í miðal hevur vøksturin verið knøpp 14% fyri alt 2020 samanborið við Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru í miðal øktir 0,7% frá ársfjórðingi í 2019 til sama tíðarskeið í fjør. ![Smásøluvísutalið - Matur og alkoholfríar Økta sølan samanborið við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð. Í ársfjórðingi 2020 var umsetningurin 15% hægri samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Fyri og ársfjórðing 2020 var umsetningurin ávikavist 11% og 16% hægri enn somu tíðarskeið árið fyri. Prísir á húsbúnaði og húsarhaldsútgerð eru at kalla óbroyttir frá 2019 til 2020, ið merkir at mongdin ev hesum vørum er samsvarandi økt. ![Smásøluvísitalið - Húsbúnaður og Størsti vøkstur var tó fyri klædnavørur og fótbúnað, har var umsetningurin heili 20% hægri ársfjórðing 2020 í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Um føroyingar keyptu sær meira jólastás til jóla 2020 enn til jóla 2019, siga tølini onki um, men korona hevur millum annað havt við sær, at møguleikar at keypa jólagávur uttanlands hava verið munandi skerdir í 2020 í mun til undanfarin ár. Hetta er ivaleyst ein orsøkin til , at innanlands sølan í mun til sama tíðarskeið í 2019 er økt so mikið. images/KL%C3%A6%C3%B0ir%20og%20sk%C3%B3gvar%202png) Samlað sæð er innanlands eftirspurningurin eftir mati og alkoholfríum drykkivørum, klædnavørum og fótbúnaði, og húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í miðal vaksin stívliga 10% frá 2019 til Frá 2010 til 2019 er umsetningurin í miðal øktur við 3% um árið fyri allar vørubólkarnar. Vøksturin á smásølu er tískil meira enn trífaldaður frá 2019 til 2020 í mun miðalvøkstur árini undan. |
160 | Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum støðugt vaksandi til tað mesta í 2008 við 22 túsund. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði áhaldandi niður 500 í Vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 5 árini hevur talið av tinglýsingum verið millum 12 og 14 túsund. Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ. Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnasáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a. Tinglýsingin varð fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til februar 2006 kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni. Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 75% av øllum. Lániskjøl o.a. viðv. akførum eru 23%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ. |
161 | Tann stóri fólkavøksturin seinastu sjey árini er í størstan mun komin av eini stórari nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í minni mun frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð. Hetta er nú broytt nakað, tí at burðaravlopið gevur eitt munandi størri íkast til fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið enn undanfarnu árini. T.d. er burðaravlopið 66 størri hetta12-mánaðarskeiðið enn undanfarna 12-mánaðarskeiðið, meðan nettotilflytingin er 80 minni. Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. fólkatalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í fólkatølunum. Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýst á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Vel síðani “Flætta graf í síðu”. Trýst á knøttin “Avrita kotu” og set inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Stóra tilflytingin minkar nakað – men eisini fráflytingin Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum hevur verið flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 7 árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka nakað, sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór. Burðaravlopið tað størsta í 2 áratíggjur – tí føðitalið er vaksandi og deyðatalið er minkað nakað Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið var føðitalið hesar 12 mánaðirnar mars 2020 – mars 2021 gott hálvthundrað størri og er nú við 722 tað størsta talið síðani mitt í 1990-unum. Hetta er helst eitt úrslit av minni fráflyting og stórari tilflyting av ungum ættarliðum tey síðstu 7 árini. Samstundis er deyðatalið minkað eitt sindur seinasta árið. Úrslitið av hesum – burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð – er vaksið við 66 í mun til undanfarna 12-mánaðarskeið, so tað nú er Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 9 árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til ár 2000 fyri at finna líka stórt burðaravlop. Men fólkatalið er eisini vaksið nógv hesi árini. Rokna vit føðital, deyðatal og burðaravlop í mun til fólkatalið, so er føðitalið tað størsta síðani 2008, deyðatalið tað minsta síðani 2010 og burðaravlopið tað størsta síðani Eisini fólkavøkstur í Sandoy og Suðuroy Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga (prosentvíst) er vøksturin tó javntstórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 - 1,8%. Merkisvert er tó, at í tí nógv minna Sandoyarøkinum er lutfalsligi vøksturin tann størsti við 2,4%. Tað, sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er bæði ein tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðarlopinum. Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting úr útlondum til Suðuroy, sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í eini tvey áratíggjur. Í Vágum var fólkavøksturin líka stórur sum í Tórshavnarøkinum og Eysturoy, men síðsta árið er vøksturin uppstøðgaður, og er nú tann minsti av høvuðsøkjunum. Ein orsøkin er, at innlendis flytingin er blivin negativ. Á myndini niðanfyri er fólkatalið í økjunum sett til 100 pr. 2014, og vísir hon sostatt tann lutfalsliga vøksturin í økjunum hesi sjey árini. Her hevur størsti vøksturin verið í sonevnda miðøkinum, Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Vágum við 10-13% – hóast Vágar eru dragnaðar nakað tað síðsta árið. Í næsta bólki koma Streymoyarøkið (uttan høvuðsstaðin) og Norðoyggjar, har vøksturin hetta tíðarskeiðið hevur verið 8%. Triði bólkurin er Sandoyarøkið og Suðuroy, sum onki hava fingið av fólkavøkstrinum tað mesta av hesum sjey árunum – hóast tølini tað síðsta árið vísa ein ávísan vøkstur, serliga í Sandoyarøkinum. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum - uttan í Vágaøkinum - er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um tann fólkavøksturin, sum tilflytingin gevur. Kommunurnar Verður hugt at einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum: Tórshavnar kommunu við 377 fólkum, svarandi til 1,7% Runavíkar kommunu við 102 fólkum, svarandi til 2,5% Klaksvíkar kommunu við 102 fólkum, svarandi til 1,9% Eystur kommunu við 58 fólkum, svarandi til 2,7% Nes kommunu við 46 fólkum, svarandi til 3,4% Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommu við 2,4% og Sjóvar kommunu við 2,0%. Ein minni vøkstur er í Tvøroyrar og Vága kommunum. Í Vestmanna kommunu er ongin vøkstur. Hinvegin minkar í Fuglafjarðar kommunu við 0,9% og Sørvágs kommunu við 0,8%. Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu við 5,1%, Viðareiðis kommunu við 2,9%, Sands kommunu við 2,8% og Kvívíkar kommunu við 2,6%. Ein minni vøkstur var í Eiðis kommunu (1,2%) og í Hvannasunds kommunu (1,0%). Hinvegin minkar í Kunoyar, Sumbiar og Hvalbiar kommunum. Vøkstur í flestu útoyggjum Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum: 5 eru komin aftrat í Kalsoy, 4 fólk í Nólsoy, 2 í Fugloy og 1 í Skúvoy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur. |
162 | Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. kr., og vit hava eisini brúkt 300 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni. Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað. |
163 | Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Fleiri kvinnur leggjast afturat Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í mars vóru um 100 menn í løntakaraskaranum, og tað eru 140 fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 300 í tali, ella 380 fleiri enn í fjør. Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Í 'almennari o.a. tænastu' og 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' veksur lønartakaratalið. Lítil og eingin vøkstur er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum, og trendurin gevur ábending um minking í hesum vinnugreinabólkinum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani Samanborið við marsmánað í 2020 vaks løntakaratalið 3,0% í 'almennari o.a. tænastu' og 3,6% i 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' og 1,6% í 'privatum tænastuvinnum', meðan løntakaratalið minkaði 1,3% í 'byggivinnu o.a. tilvirking'. |
164 | 925 milliónir í lønum í mars - vøksturin nærum steðgaður upp |
165 | Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er nærum steðgaður. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum. Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í mars áttu menninir 585 milliónir av lønargjaldingunum. Tað eru 13 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 340 milliónir, sum eru 37 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Meðan vøkstur er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu o.a. tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
166 | Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. Av hesum 12 vøru- og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, gistingarhús og matveitarar og útbúgving minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og akførum eru øktir. Brúkaraprístalið fyri ársfjórðing í ár er 123,2, sum er 1,3% hægri enn brúkaraprístalið fyri ársfjórðing í fjør og 1,1% hægri í mun til ársfjórðing Kvartárliga uppgerðin av brúkaraprístalinum tekur støði í prísum fyri miðjan ársfjóðringin, t.v.s. seinasta uppgerðin vísir prísir mitt í februar, og nú korona hevur leikað á í meira enn eitt ár, eru fýra kvartárligar prístalsuppgerðir tøkar í korunu-tíðini. Í umleið 3 ár innan korana rakti allan heimin lá árliga broytingin í samlaða prístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa millum umleið 1 til 2 prosent. Í tíðini við korona er árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum minkað lutfalsliga nógv, men nú útlit eru til, at endin á farsóttinini er í nánd, er samlaða brúkaraprístalið farið upp og árliga broytingin liggur oman fyri 1 prosent aftur. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum í tíðini við koronu í mun til 2-3 ár innan korona, hevur verið fallið í altjóða oljuprísinum. Í fýra teimum seinastu uppgerðunum sæst týðiliga ávirkanin, ið stóra minkingin í altjóða oljuprísinum hevur havt á prísin á brenniolju til húsarhald. Brenniolja er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Myndin niðanfyri vísir, hvussu stóra ávirkan prísbroytingar innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar hava á samlaða brúkaraprístalið, tá lagt verður upp fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Myndin vísir, at vørur og tænastur innan bólkarnar býli og hotel og matveitarar framvegis eru lægri í mun til fyri einum ári síðan, meðan prísir á vørum og tænastum innan allar aðrar vøru- og tænastubólkar í miðal eru hægri og geva harvið positivt vaksrarískoyti á samlaða prístalið. So hóast prísir á brenniolju til húsarhald, ið er partur av býlisútreiðlsum, framvegis er lægri enn fyri einum ári síðan, so eru príshækkingar á flestu øðrum vørubólkum viðvirkandi til, at samlaða prístalið er farið 1,1% upp eftir einum ári. Av einstøku útgreinaðu vørunum í prístalinum er talan serliga um príshækking av akførum, sum partur av vørubólkinum ‘Flutningur’. |
167 | Hetta er tó ein stór minking í mun til fyrra árið. Heili 700 færri avgreidd mál í Føroya Rætti, 350 færri mál í Fútarættinum og knappliga 100 færri í Skiftirætinum. Í Yvirfriðingarnevndini er talið óbroytt. Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini – um 980 í fjør – borgarlig mál. Síðan aldarskiftið øktust tey nógv í tali, frá umleið 100 til tað mesta í 2008 við 000 málum. Siðani er tað minkað líðandi aftur og er nú komið niður um túsund, tað lægsta í hesi øldini. Revsimálini øktust eisini líðandi frá umleið 300 um aldarskiftið til tað mesta í 2013 við stívliga 800 málum. Síðani er tað minkað aftur, niður um 300, somuleiðis tað lægsta í hesi øldini. Um borgarlig mál og revsimál ber til at lesa í upplýsingartilfari hjá Føroya Rætti. Stutt kann sigast, at borgarlig mál eru mál, har ein borgari leggur sak móti øðrum borgara, fyritøku ella myndugleika. Revsimál eru sakarmál viðv. lógarbrotum, ið kunnu viðføra revsing við bót, hefti ella fongsli. Virksemið í Fútarættinum hevur verið skiftandi frá einum ári til annað, men hevur verið spakuliga fallandi. Einstøk ár stinga seg burturúr, serliga Frá at vera millum 000 og 500 í nullunum eru málini fækkað nakað til gott 000 í fjør. Nógv tey flestu málini í Fútarættinum hava verið áheitanir um panting. Ein partur av virkseminum í Fútarættinum eru uppboðssølur viðvíkjandi fastogn og skipum. Flestu uppboðssølurnar eru av fastogn, men tølini eru smá við eini 8 framdum uppboðssølum í miðal tey síðstu 5 árini, meðan framdu uppboðssølurnar av skipum eru millum eina og onga hesi síðstu 5 árini. Fyri uppboðsølu av fastogn hava tó árini 2009 til 2014 verið heilt serstøk, har bæði talið av áheitanum um uppboðssølur og talið av framdum uppboðssølum vaks sera nógv frá 2008 til tað mesta 2011-2013 og síðani er minkað aftur til nakað tað sama sum undan fíggjarkreppuni. Í 2020 var aftur stór minking, har talið av framdum uppboðssølum viðv. fastogn fór heilt niður í eina úr Onki mál var viðv. skipum. Í Skiftirættinum hevur talið av málum verið spakuliga vaksandi síðstu 20 árini. Serliga stórur var vøksturin árini 2009- Bert fá mál í Skiftirættinum snúgva seg um trotabúgv, í fjør einans 13 av teimum tilsamans. Í Yvirfriðarnevndini hevur talið av málið verið javnt spakuliga veksandi hesi 20 árini, frá eini 50 upp í eini |
168 | Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 árliga, men er síðani minkað støðugt og var komið niður í 40 í Tó sæst, at talið av fongsulsdøgum ikki er minkað samsvarandi og serliga hesi síðstu fýra árini vísir gongdin ein uppgangandi trend í tali av fongslaðum persónum. Brotini á rúsevnislógina, ið vóru gott 50 fyri 20 árum síðani, eru vaksin munandi, serliga síðani 2012, so nú eru meira enn tvífaldað. Brotini á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd. Tey vóru 36 bæði í 2001 og 2002, men hava síðani lagt seg á eitt støði millum 10 og 15 brot um árið. Brotini á vápnalógina lógu eini 10 um árið fram til 2010, men eru síðani vaksin líka upp í 46 í 2020 og eru harvið fimmfaldað seinastu 10 árini. |
169 | Í mars vóru tilsamans gott 500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru gott 000 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Í mun til í fjør var vøksturin her 124%, meðan hann var 31% uttan fyri Tórshavnarøkið. Stóri vøksturin í gistináttum sæst aftur við, at parturin hjá føroyingum er trífaldaður í mun til í fjør og tvífaldaður í mun til Talið av gistináttum hjá dønum vaks við góð 50% í mun til í fjør. Hjá fólkum úr øðrum londum var talið av gistináttum so at siga óbroytt. Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Nógv fleiri føroyingar vitja á gistingarhúsunum. Í mun til mars í fjør vaks talið av føroyingum við meira enn 600% og tvífalt so nógv sum í Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Nýtslustigið var 28,5% í mars, sum er nakað hægri enn í fjør, tá nýtslustigið var 24,4%. Í 2019 var nýtslustigið væl hægri við 44,1%. |
170 | Tað snýr seg m.a. um: Fólkið í Føroyum skift á aldur og kyn, føðiland og ríkisborgaraskap Fólkið í Føroyum skift á aldur og kyn, bygd, kommunu, øki, sýslu og oyggj Lívsævi ella væntaðan miðal livialdur Deyðatíttleika, t.v.s. talið av deyðum í hvørjum einstøkum aldursbólki í mun til fólkatalið í aldursbólkinum Føðitíttleika, t.v.s. talið av føddum, skift eftir aldurin hjá mammuni og roknað í mun til, hvussu nógvar kvinnur eru í aldurbólkinum Fólkaflyting, innanlands millum bygdir og øki í Føroyum og millum Føroyar og útlond. Uttanlandsflytingin er skift á aldur og kyn, tilflytiland og fráflytiland, hjúnastøðu, føðiland og ríkisborgaraskap Hjúnastøðu, t.v.s. fólkið skift á aldur og kyn, ógift, gift og sundurlisin, fráskild, einkjur og einkjumenn Umframt talvurnar í Hagtalsgrunninum eru øll hesi evni um íbúgvaviðurskifti umrødd og lýst á temasíðum her á heimasíðuni. |
171 | Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani Rakstraravlopið fyri 2018 og 2019 er nakað lægri enn árini 2016 og Lægra avlopið í 2018 stavar í høvuðsheitum frá minni útflutningi av frystum laksi og sild. Størri inntøkur frá sølu av tænastum til umheimin, eitt nú innan ferðavinnu og flutning, hava gjørt, at hallið á tænastujavnanum hevur verið lítið seinastu árini. Somuleiðis hava nettorakstrarflytingarnar í privata geiranum, so sum pensións- og tryggingargjøld, verið lutfalsliga høgar seinastu trý árini. Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini. Í uppgerðini av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2018 og 2019 er hallið á tænastujavnanum ávikavist 244 og 405 mió. kr. Hetta er á sama støði sum í 2016 og 2017, men minni hall enn árini frammanundan. Rákið í løtuni er, at útflutningurin av tænastum veksur skjótari enn innflutningurin av tænastum. |
172 | Nettoogn føroyinga uttanlands var 5,4 mia. kr. í 2018 og 4,1 mia. kr. í Hetta er nakað lægri enn nettoognin á 5,7 mia. kr. í Bæði ogn og skuld er vaksið nógv seinastu árini. Ein ávísur partur av vøkstrinum stavar frá hækkandi virði av føroyskum partabrøvum og fleiri føroyskum íløgum uttanlands. Hóast stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans, er nettoognin ikki vaksin samsvarandi. Hetta er fyri ein stóran mun orsakað av, at ein fittur partur av hækkingini í uttanlandsskuldini stavar frá virðisbroytingum Tað almenna, fíggjarfyritøkurnar og húsarhaldini hava økt um nettoognina við 11,3 mia. kr. tíðarskeiðið 2012 til 2019, meðan vinnufyritøkur hava hækkað sína nettoskuld við sløkum 8,7 mia. kr. Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í lánsbrøvum. Lánsbrævaognin er vaksin 2,6 mia. kr. síðani Tó stavar størsta hækkingin í ognunum frá hækkandi føroyskum íløgum uttanlands. Sløk helvtin av skuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv, og henda skuldin er vaksin nógv seinastu árini. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum. Lániskuldin til umheimin hevur verið lækkandi seinastu árini, men hækkaði við 2,6 mia. kr. frá 2018 til Allir geirar, uttan tað almenna, hava hækkað lániskuldina frá 2018 til |
173 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,6% í februar, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru um 570 persónar raktir av arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,3% sama mánað árið fyri. Trendurin vísir, at stillstøða er í arbeiðsloysinum, ið merkir at tað hvørki hækkar ella lækkar. Í februar var arbeiðsloysið 1,6% hjá monnum og 1,5% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 1,1% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum. Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í februar var arbeiðsloysið hægst í Suðuroy við 2,6% og lægst í Norðoyggjum við 1,0% og Eysturoy við 1,1%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í februar vóru 10,2% langtíðararbeiðsleys av teimum arbeiðsleysu, tað vil siga tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn 1 ár. Sama mánað árið fyri vóru 10,3% langtíðararbeiðsleys. |
174 | Akførini eru meir enn dupult so nógv sum við aldarskiftið, men ferðsluóhappini eru fækkað niður í ein triðing |
175 | Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av, hvussu nógv flyta til og frá Føroyum, og hvussu nógv doyggja og verða fødd. Seinasta árið tykist nettoflytingin at vera minkað nakað, meðan burðaravlopið heldur fram við at vaksa. Flytingar Seinastu árini hevur gongdin verið, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. Seinasta árið er hendan gongdin broytt nakað. Tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin ikki er minkað eins nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er sostatt nakað minni enn hon hevur verið. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Burðaravlop Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, hevur verið javnt vaksandi seinastu árini. Hóast fólkatalið síðan 2014 er vaksið við umleið 000 fólkum, so er miðal talið av deyðum um mánaðin ikki broytt og liggur framvegis um 30 fólk í miðal um mánaðin. Harafturímóti er talið av føddum børnum seinastu árini vaksið munandi, og nú verða millum 55 og 60 børn fødd í miðal um mánaðin. Burðaravlopið gevur tí framvegis eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Kommunurnar Gongdin í fólkatalinum er framvegis ymisk frá kommunu til kommunu. Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommunum, har Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79% av vøkstrinum. Lutfalsliga stórur fólkavøkstur er í Sands og Skopunar kommunu, har fólkatalið er vaksið við yvir 4% í báðum kommunum, svarandi til ávikavist 21 og 23 fólk samanborið við somu tíð í fjør. Eisini í Suðuroynni heldur fólkatalið fram við at vaksa. Vøksturin sæst serliga í Tvøroyra og Vágs kommunu, har 59 fólk eru komin afturat síðani somu tíð í fjør. Fimm kommunur høvdu afturgongd í fólkatalinum. Størsta afturgongdin í tali var í Fuglafjarðar kommunu, har fólkatalið minkaði við 15 persónum. Tað svarar til eina minking á 0,9 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum fyri apríl 2020 og apríl |
176 | Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Munurin millum menn og kvinnur tódnar Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í apríl vóru um 900 menn og 350 kvinnur í løntakaraskaranum. Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur. Vinnugreinar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani |
177 | Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru lønargjaldingarnar nú aftur farnar at vaksa. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í apríl áttu menninir 535 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 17 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 362 milliónir, sum eru 36 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Trendurin vísur, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram. Hjá monnunum eru lønargjaldingarnar nú aftur farnar at vaksa, tó ikki við somu ferð, sum undan koronufarstórrini. Vinnugreinar Trendurin vísir, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu', meðan í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin avtakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' er lønargjaldingar steðgaðar upp. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
178 | Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Skipainnflutningurin er minkaður 450 mió. kr., og vit hava eisini brúkt 338 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni. Tað sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksið 200 mió. ella 12%. Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin, tó er minni innflutt av byggitilfari hetta tíðarskeiði. |
179 | Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva mia. kr. Tað er ein minking á 13%. Nøgdin var áleið tann sama. Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 mió. kr., sum svarar til eina minking á 33%. Minkingin er 34% í nøgd fyri tosk. Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 mió. kr. sum er 28%. Í nøgd er minkingin 15%. |
180 | Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í 1999 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 76,0 ár og gentubarni 80,0 ár. Nú er hann 80,6 hjá dreingjabarni og 85,8 ár hjá gentubarni. Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við næstan 5 árum hjá mannfólki og umleið 6 árum hjá konufólki. Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí, sum var nógv mest vanliga høvuðsatvoldin, hjarta- og æðrasjúkur, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini. Hinvegin eru tað fleiri aðrar ymiskar deyðaorsakir, ið nú gera seg meira galdandi. Nú nýggjastu tølini verða kunngjørd fyri 2019, sæst stórur munur millum kynini. Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum. Av øðrum deyðaorsøkum er meira javnt millum kynini. Hyggja vit at gongdini síðstu tjúgu árini, sæst bæði hjá monnum og kvinnum, at størsta broytingin er stór minking í talinum av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum. Fyri 15-20 árum síðani var talið hjá mannfólki um 80-90 árliga og er nú komið niður á stívliga 50 árliga. Hjá konufólki var talið millum 70-85 árliga og er nú komið niður um Hinvegin tykist ikki talið at minka av teimum, sum doyggja av krabbameini, men heldur kvinka eitt lítið vet uppeftir, serliga hjá mannfólki. Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki. Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við at tær deyðaorsakirnar, ið eru savnaðar undir felagsheitinum “annað”, nú koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsakirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki eru deyðaorsakirnar undir felagsheitinum “annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsakirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsakirnar eru bara meira ymiskar, enn tær hava verið. Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 1999 til |
181 | Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar. Vit leita tí eftir nærløgdum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl innan búskaparhagtalsøkið. Búskaparhagtalsøkið fevnir millum annað um tjóðarroknskap, vinnubúskaparhagtøl og hagtøl um prísir. Um teg Tú hevur hægri útbúgving innan búskaparfrøði ella samfelagsfrøði, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði. Tað er ein fyrimunur, hevur tú royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til at viðgera hagtøl. Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til R, SQL og dátugrunnar, er hetta eisini ein fyrimunur. Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú ert før/ur fyri at seta teg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Hagtøl um búskaparlig viðurskifti fevna vítt og týdningurin av búskaparhagtølum er stórur hjá breiðum skara av brúkarum. Tað er neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tú ert tí sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar. Tað hevur týdning, at tú ert pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá ið tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi at førleikamenna teg. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “Búskaparfrøðingur” sum evni. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini, á 352809 ella á khj@hagstova.fo. Umsóknarfreistin er sunnudagin juni 2021 á midnátt. Stutt um Hagstovuna Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og eru týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði. Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit. Á Hagstovuni eru í løtuni 19 fólk í starvi. |
182 | Vilt tú vera við til at menna og leiða Føroya mest fjølbroytta dátuhús? Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar. Hagtøl, sum lýsa samfelagið, krevja, at dáturnar til hagtølini eru væl skipaðar. Ein týðandi brikkur til at røkka hesum máli, er at menna hagtalsskipanir og skipa dátur í eitt dátuvøruhús eftir altjóða hagtalsleisti. Grundarsteinarnir til nýggja dátuvøruhúsið eru lagdir, og fyrstu framleiðslurnar eru farnar at virka í nýggja umhvørvinum. Tú kemur at leiða og arbeiða við at víðarimenna dátuvøruhúsið í einum toymi saman við KT-frøðingum og hagfrøðingum. Dátugrundarlagið undir hagtølunum verður ment bæði inni á Hagstovuni og uttan fyri stovnin. Tað krevur tætt samstarv millum starvsfólk ini og við onnur uttanhýsis, ið veita skráir og dátur. Ein týðandi uppgáva á KT-deildini er at umsita og menna samstørv og ikki minst at seta í verk ymiskar skipanir. KT-deildin á Hagstovu ni mennir hagtalsskipanir og hevur ábyrgd av tøkniliga grundarlagnum undir hagtalsframleiðsluni. Deildin hevur ábyrgd av undirstøðukervinum á Hagstovuni, sum verður rikið saman við undirveitarum. Tín ábyrgd fevnir tí eisini um at gera leiðreglur fyri KT-arkitektur og trygd. Sum leiðari á KT-deildini verður tín ábyrgd at: Leggja ætlanir fyri at víðarimenna dátuvøruhúsið Seta í verk og menna neyðug tøknilig amboð í hagtalsframleiðsluni Leggja ætlanir fyri og skipa tøkniliga infrakervið fyri Hagstovuna Í leiðslutoyminum leggja og raðfesta arbeiðsætlanir fyri hagtalsframleiðslu við atliti at tørvi og møguleikum Leiðslutoymið á Hagstovuni eru stjórin og leiðararnir fyri KT-deildina og hagdeildina. Um teg Tú hevur miðallanga ella langa útbúgving og/ella drúgvar royndir innan økið. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir við at sniðgeva og byggja skipanir til at flyta, móttaka og goyma dátur, og hevur arbeitt við at skipa dátur í dátuvøruhúsum. Innlit í hagtalsframleiðslu og samfelagsviðurskifti er eisini ein fyrimunur. Tú ert forvitin av lyndi, arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og hevur eitt skipað arbeiðslag. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “KT-leiðari” sum evni. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Gilla Wardum, stjóri, á 352850 ella á gilli@hagstova.fo. Umsóknarfreistin er sunnudagin juni 2021 á midnátt. Stutt um Hagstovuna Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og eru týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði. Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit. Á Hagstovuni eru í løtuni 19 fólk í starvi. |
183 | Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Síðan ársskiftið er fólkatalið vaksið við 380 fólkum. Vøksturin stavar frá eini nettoflyting á 275 fólk og einum burðaravlopi á 105 børn. Í apríl-mánaði í ár fluttu 111 fólk til Føroya og 57 fluttu úr Føroyum. Hetta gav eina nettoflyting á 54 fólk, sum er 23 fleiri enn í apríl í fjør. Tá fluttu 80 til Føroya og 49 úr Føroyum. Apríl-mánaður í ár gav eitt burðaravlop á 17 børn. Tað er minkað við 11 samanborið við apríl í fjør, tá burðartalið var 11 hægri, meðan deyðatalið var tað sama. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum fyri mai 2020 og mai Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommununum, har Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79% av vøkstrinum. |
184 | Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Skipainnflutningurin er minkaður 450 mió. kr. Tað, sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 250 mió. ella 15%. Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin. |
185 | Útflutningurin í apríl er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Laksaútflutningurin minkaði 360 mió. kr. sum er 9%, hóast nøgdin vaks 3%. Útflutningurin av toski er minkaður 31% bæði í nøgd og virði. |
186 | Í mai vóru tilsamans knappliga 500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru nærum 600 fleiri gistinætur, samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Talið av gistináttum hjá dønum vaks í mai við sløkum 500% í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark trífaldaðist. Føroyingar áttu helmingin av gistinætrunum í mai. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70%. Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Ein lítil triðingur av kømrunum vóru brúkt í mai. Tað er nærum tvífalt av nýtslustignum í fjør, tá tað var 16,7%. Sama mánað í 2019 var nýtslustigið heilt uppi á 74,6%. Í mun til í fjør er talið av kømrum vaksið, tí tvey nýggj gistingarhús eru latin upp. |
187 | Smásølan fyrstu mánaðirnar í ár væl størri í mun til sama tíðarskeið í fjør |
188 | Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. Fyri 'matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur' var umsetningurin 6% hægri 1\. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru hækkaðir 0,4% frá ársjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár. Økta sølan samanborin við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð. Í ársfjórðingi í ár var umsetningurin 21% hægri í mun til sama tíðarskeið í fjør. Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' eru hækkaðir 1% frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár. Størsti vøkstur var tó fyri 'klædnavørur og fótbúnað', har var umsetningurin heili 59% hægri ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Sama tíðarskeið hækkaðu prísirnir 3%. |
189 | Í longri tíð og innan korunufarsóttin byrjaði, lá treystitalið í nøkulunda støðugari legu, men fall síðan lutfalsliga nógv fyri einum ári síðan, eftir at farsóttin hevði gjørt um seg í nakrar mánaðir. Í januar í fjør var treystitalið 32, lækkaði síðan til -16 fyri einum ári síðan og hækkaði til 9 í januar í ár. Til júst gjørdu kanningina er treystitalið gjørt upp til 11 og liggur tætt við langtíðarmiðal á images/210702%20M1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-21png) Vinnubólkarnir “Tilfeingisvinnan og annar ídnaður” og “Tænastuvinnan” hava størst ávirkan á treystitalið, og tað er eisini í hesum vinnubólkum, at størstu broytingarnar í viðkomandi ávísum í tíðini við koronu síggjast. images/210702%20T1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-png) Í vinnubólkinum “Tilfeingisvinnur og annar ídnaður” eru fyritøkur, ið framleiða fiskavørur til útlendskar marknaðir, væl umboðaðar. Koronutiltøk raktu útlendskar marknaðir av fiskavørum meint, sum førdi við sær lutfalsliga stóra minking í útflutningi av fiskavørum og vaksandi goymslum. Í mun til undanfarnu tvær kanningarnar metir vinnubólkurin nú m.a., at bíleggingar úr útlandinum eru fleiri, og roknað verður við størri framleiðslu næsta árið. images/210702%20M2%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-21png) Í vinnubólkinum “Tænastuvinnur” eru m.a. matstovur, gistingarhús og flutningsfyritøkur umboðaðar. Koronufarsóttin hevur eyðsæð rakt henda vinnubólkin meint. Í mun til undanfarnu tvær kanningarnar meta fyritøkur í hesum vinnubólki hesaferð m.a., at starvsfólkatørvurin verður størri komandi 12 mánaðirnar. images/210702%20M3%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-21png) Í mun til tilfeingisvinnur, annan ídnað og tænastuvinnur, hevur korona neyvan havt somu neiligu ávirkan á byggigivinnuna, sum hevur havt minkandi ávísa í kanningum longu innan koronu-farsóttin gjørdi um seg. Í báðum seinastu kanningunum er ávísin tó aftur vaksandi, sum kemst av, at byggivinnan roknar við størri tørvi á starvsfólkum komandi 12 mánaðirnar í mun til undanfarnu tvær kanningarnar. images/210702%20M4%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-21png) Ávísin fyri vinnubólkin “Handilsvinna/smásøla” er einasti av 5 ávísum sum hesaferð er minni í mun til undanfarnu tvær kanngingarnar. Hetta kemst einamest av, at størri partur av umboðum fyri henda vinnubólkin í trimum seinastu kanningunum hava mett virksemið farnu 12 mánaðirnar at hava verið verri. Til einstakar spurningar um útlitini fyri sølu og starvfólkatørvi komandi 12 mánaðirnar, so verður mett, at søla og starvsfólkatørvur verður størri. images/210702%20M5%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-21png) Brúkarakanningin vísir, at føroyski brúkarin ikki hevur latið seg stórvegis ávirka av koronu. Ávísin úr hesi kanningini fall frá 19 til 5 í seinastu kanningini innan korona rakti, fór niður á 0 fyri einum ári síðan, men er síðan komin upp á 10 til hesa kanningina. Í høvuðsheitum meta húsarhaldini, at samlaða búskaparstøðan er betri í dag enn fyri einum ári síðan og eitt størri bjartskygni er um búskaparútlitini næstu 12 mánaðirnar í mun til tríggjar undanfarnu kanningarnar. images/210702%20M6%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jun-21png) |
190 | Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoyti til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu fyri juni 2020 og juni Eins og í juni í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur. Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har 8 fólk fluttu úr kommununi. Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent, 22 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, 2,6 prosent, tað er ávikavist fýra, trý og eitt fólk. |
191 | Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Munurin millum menn og kvinnur tódnar Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í juni vóru um 100 menn og 400 kvinnur í løntakaraskaranum. Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur. Vinnugreinar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir, at í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani |
192 | Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa. Tað sæst á trendinum, sum reinsar lønargjaldingarnar fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar. Grafurin omanfyri er livandi. Nú ber til at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Vøkstur hjá kvinnum og lítil minking hjá monnum Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 milliardir krónur og kvinnurnar 2 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er ein vøkstur uppá 9,3% hjá kvinnum og ein minking uppá 0,9% hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør. Myndin niðanfyri vísir rákið mánaðarliga í lønargjaldingunum fyri kynini. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Trendurin vísir, at vøksturin heldur fram hjá kvinnunum, meðan hjá monnunum hevur lítil og eingin vøkstur verið seinasta hálvtannað árið. Vøkstur í tænastuvinnum, minking í byggivinnu og fiskivinnu Borið saman við fyrra hálvár í fjør, vuksu lønargjaldingarnar innan 'almenna o.a. tænastu' við 7,8% og innan 'privatar tænastuvinnur' við 8,5%. Hinvegin minkaðu lønirnar í 'byggivinnu o.a. tilvirking' við 3,5% og í 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnum' við 8,4%. Um hugt verður at rákinum mánaðarliga í lønargjaldingunum, sæst, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu', meðan vøksturin er steðgaður upp í 'privatu tænastuvinnunum' og 'byggivinnu o.a. tilvirking'. |
193 | Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. Í mun til árligu broytingina í umleið 3 ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur. Hetta seinasta árið eru prísir innan vøru- og tænastubólkarnar ‘Hotel og matveitarar’ og ‘Útbúgving’ minkaðir og prísir á bólkinum ‘Klædnavørur og fótbúnaður’ eru nærum óbroyttir. Innan aðrar høvuðsbólkar av vørum og tænastum eru prísirnir øktir hetta seinasta árið, harav prísir innan ‘Býli’ og ‘Flutningur’ eru øktir mest. Brúkaraprístalið fyri ársfjórðing í ár er 124,6, sum er 1,1% hægri enn brúkaraprístalið fyri ársfjórðing í ár og 3,1% hægri í mun til ársfjórðing Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðini ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum. Ein onnur høvuðsorsøk til samlaða prísvøksturin er lutfalsliga stórur vøkstur í prísi á bilum, sum í miðal eru øktir 12% seinasta árið. Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórt ískoyti frá prísbroytingum innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar til samlaða prístalið er, tá hædd verður tikin fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Bilar og brennievni til akfør eru partur av vørubólkinum ‘Flutningur’ og brenniolja til upphiting av býli er partur av vørubólkinum ‘Býli’. Myndin vísir, at vakstrarískoytið frá hesum høvuðsbólkum er størst og samanlagt 2 prosentstig av samlaða árliga vøkstrinum á 3,1%. |
194 | Innflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri sæst innflutningurin seinasta 12-mánaðarskeiðið samanborið við undanfarna skeið. Um vit hyggja at innflutninginum uttan skip og flogfør, so hava vit innflutt fyri góðar 370 milliónir krónur meira seinasta 12-mánaðarskeiðið frá juni í 2020 til mai í 2021 samanborið við undanfarna skeið. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksin nógv, góðar 240 milliónir krónur ella 14%. Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin 90 milliónir krónur ella 11%. Innflutningurin av skipum og flogførum er minkaður 450 miliónir krónur ella 66%. |
195 | Útfluttu fyri 8,2 milliardir krónur seinasta árið — virðið minkað 13% |
196 | Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri sæst útflutningurin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Laksaútflutningurin minkaði 350 milliónur krónur, sum er 9%. Hetta hóast nøgdin var næstan tann sama, ella 1% størri. Útflutningurin av toski er minkaður 25% í virði og nøgdin er minkað 27%. Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt og nøgdin er minkað 73%. |
197 | Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum frá 1985 og fram til nú. Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 333 og nettoflyting á Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 minni, meðan burðaravlopið er 38 størri. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað. Samlaða ískoytið til fólkavøksturin er tí framvegis javnt vaksandi. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu juli 2020 og juli Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur. Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 397 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis og Vestmanna kommunum, har 7 fólk fluttu úr kommununum. Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 3,6 prosent, 19 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk. |
198 | Hóast vøkstur í mun til sama mánað í fjør, vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at seinastu mánaðirnar hevur løntakaratalið staðið í stað og vøksturin er steðgaður upp. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Munurin minkar millum menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í juli vóru um 300 menn og 500 kvinnur í løntakaraskaranum. Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, er tí minkaður nakað aftur. Rákið ymiskt innan vinnugreinabólkarnar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir, at í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Ein lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' sveiggjar løntakaratalið meira enn í hinum vinnugreinabólkunum, men á trendinum sæst, at hóast sveiggj, er løntakaratalið vaksið munandi seinastu árini. Løntakaratalið innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' hevur ikki verið hægri síðan Gongdin í Norðurlondum undan og eftir koronu Á myndini niðanfyri er gongdin í løntakaratalinum í ávísum Norðurlondum víst í einum indeksi (árstíðarjavnað). Myndin samanber gongdina frá januar í 2020 til mai í 2021, tá løntakaratølini í Noregi og Danmark seinast vórðu gjørd upp. Seinastu uppgjørdu tølini í Íslandi eru í juni og í Føroyum í juli, men av samanberingarorsøkum verða hesi ikki víst á myndini . Myndin vísir, at gongdin í løntakaratalinum hevur verið ymisk í Norðurlondunum síðani koronufarsóttina. Løntakaratalið í Føroyum og í Danmark eru nú á sama stigi ella hægri sum undan koronufarsóttini. Bæði í Føroyum og í Íslandi var eitt lutfalsliga størri fall í apríl í 2020 enn í Danmark og í Noregi, men løntakaratalið í Føroyum kom lutfalsliga skjótt upp á sama stig sum undan koronu. Í Danmark er tað serligu seinastu mánaðirnar, at vøksturin hevur tikið dik á seg og løntakaratalið hevur rokkið stignum undan koronu. Í Íslandi og Noregi eru tey enn undir stignum undan koronu. Hóast sveiggj benda seinastu mánaðirnir tó á, at tey í Íslandi nærkast løntakaratalinum sum undan koronu. Tað vísir eisini seinast uppgjørdi mánaðurin í Íslandi, sum er juni. Keldur: Danmarks Statistik: LBESK03, Hagstofa Íslands: VIN00002, SSB: 13126 |
199 | Innflutningurin fyrra hálvár er nú gjørdur upp og innflutt varð fyri 4,2 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7,6% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 11%. Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur. Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 150 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 44%. Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 12% meira er innflutt av hesum vørum. Vit hava eisini brúkt meira uppá innflutning av brennievni. Prísirnir hava verið lágir í eina tíð, og eru nú hækkaðir aftur. Tað sæst aftur í innflutningstølunum fyri brennievni. Nøgdin er minkað umleið 11%, meðan virðið er vaksið 17%. |